Hjá fremsta kvinnuliði okkara stendur seinasti dysturin í bólkaspælinum
í steypakappingini fyri durunum, og er talan um ein rættuligan ”vinn-ellaforsvinn” – dyst. Leikast skal ímóti VÍF
í Hoyvíkshøllini og vinna vit dystin, so hava vit møguliga vunnið bólkin, og eru í øllum førum komin víðari, ímeðan eitt tap fyri at kalla vist merkir, at vit eru úti úr steypakappingini. Kvinnurnar komu í steypakappingini í ein rættuligan krútbólk í grundspælinum, mannaður við liðunum: Kyndil, VÍF, VB og H71. Liðini Kyndil, VÍF og H71 eru uttan samanburð stinnastu lið í kvinnukappingini í ár, og liggja í landskappingini sum nr. 1, 2 og 3 í løtuni – Kyndil við 26 stigum og H71 og VÍF við 21 stigum
Mynd: portal.fo
hvør. Næsta lið í landskappingini er Neistin og hevur Neistin ”bert” 15 stig. Hóast kvinnur okkara endaðu i truplum bólki í grundspælinum, so hava tær staðið seg ómetiliga væl higartil í bólkinum. Dystin ímóti VB vunnu tær sannførandi 39-16, og dystin ímóti Kyndil spældu kvinnur okkara javnt 32-32. So undan seinasta leikumfari eru H71 kvinnur á odda í bólkinum við 3 stigum, sama stigatal sum Kyndil, men betri málúrtøka. VÍF hevur 2 stig áðrenn seinasta leikumfar. í seinasta leikumfari møtir Kyndil VB og H71 møtir, sum áður sagt, VÍF. At Kyndil vinnur á VB er at kalla ivaleyst og tí verður alt avgerandi hvør vinnur dystin millum VÍF og H71. Vinnur H71 (ella verður leikt javnt) so kemur
H71 víðari, ímeðan VÍF kemur víðari um VÍF vinnur.
Hesi bæði liðini hittust annars í landskappingardysti í Hoyvíkshøllini júst farna sunnudag, og tá vann H71 at enda sannførandi við málmuninum 30 – 24 eftir at VÍF hevði verið á odda við 15 –17 í hálvleikinum. Tá restaðu 4 minuttir í til hálvleiks var VÍF á odda heili 11 – 16, men frá tá av tók H71 sær um reiggja og tá 5 minuttir vóru farnir av øðrum hálvleiki, var H71 á odda 18 – 17. Eftir tað varðveitti og økti H71 leiðsluna til endaúrslitið 30 – 24.
Spurningurin er hvussu nógv kann leggjast í slíkan minni ”týdningarmiklan” dyst í landskappingini júst undan so avgerandi dysti í steypakappingini. Tað er ikki bara ein fyrimunur at vinna slíkan undan-
dyst. Ofta vera tapararnir bert svangari eftir at vinna næsta dystin fyri soleiðis at berja tapið av sær. Slíkur undansigur krevur breiðar herðar, so hann ikki verður ein koddi til næsta dystin. Sigast má tó, at kvinnur okkara hava verið inni í einum góðum stima leikliga seinastu tíðina, og tikist formkurvan at peika rætta vegin. Júst undan jólum leiktu kvinnur okkara soleiðis fyrst javnt ímóti VÍF í Vestmanna og vunnu sera sannførandi á StÍF heili 42 – 22. Kann henda formbetran varðveitast sunnudagin ímóti VÍF, so er eingin ivi í, at vit koma at geva vestmannakvinnum harða mótstøðu og vónandi mønustingin í steypakappingini.
Mynd: portal.fo
Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00
FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM
Saman flyta vit mørk
#errinhøvuðsstuðul
HELGI H. HOYDAL
HONDBÓLTSSKÚLIN
2025
Fyri triðju ferð savnaðust børn úr øllum landinum í hallunum í Hoyvík og Gundadali fyri at venja saman við yrkisleikarum úr H71.
Árið byrjaði við einum braki. 250 børn sum vóru spent at møta stjørnunum sum hava forkelað okkum við flottum detaljum og góðum hondbólti úti í heimi
seinastu árini. Skúlin varð skipaður sum hann plagar. Børnini ferðaðust runt í hallunum, og fingu nógvar tímar á vøllinum upp á tveir dagar.
Mouritsen´s Bussar syrgdi fyri at børnini komu úr Havn til Hoyvíkar og umvent. Sum nakað nýtt vóru tað temavenjingar á ymsu plássunum. Í Gundadalshøllini
vóru nakrir av okkara stinnastu verjuleikarum, sum lærdu børnini verjuspæl.
Í Fimi vóru tað rørslur sum eru gagnligar fyri hondbólt, og stuttleiki sum var í fokus. Á hálsi lærdu tey duellspæl og metingarspæl við heimselituni í hesum høpi, meðan málverjar og skot vóru í fokus í Hoyvíkshøllini.
Afturat tí var ein skaðafyribyrgjandi venjing í fimleikahøllini í Hoyvík. Ímillum venjingarnar fingu børnini at eta frá foreldrum, og fingu Sopi Fit fyri at orka allar venjingarnar.
Børnini vóru sera glað fyri upplivilsini, og tað var stuttligt at síggja hvussu børnini knýttu bond óansæð felag ella bústað í landinum. Vit eru sera fegin um at hond-
bóltsskúlin, aftur í ár, savnaði nógv børn sum vanliga standa sum mótstøða móti hvørjum øðrum, at venja saman.
Sum nevnt so ofta fyrr, so eru fríløturnar í høllini eitt gott dømi um hvat hondbóltur er. Børn sum spæla frítt, finna upp á spøl, og stuttleika sær uttan venjara.
Hetta er ein tann besta venjingin børnini kunnu ynskja sær. Tey finna sjálvi upp á reglurnar, onkur dømir, onkur organiserar, onkur skorar og onkur bjargar. Tað er einki at ivast í at hondbólturin fer at mennast í rúkandi ferð tey næstu nógvu árini.
Takk fyri hondbóltsskúlan í ár.
Kom og royn okkara
BBQ Spare Ribs
Bílegg borð á
TÓRMÓÐUR P. DJURHUUS
KAPPINGARÁRIÐ HJÁ
KVINNUNUM HIGARTIL
Vónirnar hjá teimum flestu vóru góðar upp undir kappingarbyrjan, eftir eitt heldur skuffandi kappingarár í 2023/24. Í grundspælinum í landskappingini, undanfarna kappingarár, endaðu tær nummar fýra og taptu síðani í fjórðingsfinaluni ímóti VÍF. Í steypakappingini vunnu tær sín bólk við fullari úrtøku, men fullu í hálvfinalunum, eftir ein samlaðan 63-51 ósigur móti Neistanum. Styrkir vóru tó komnir til H71 síðan tá og sá støðan ljós út, tá ið kappingarárið 2024/25 skuldi brúkslast í gongd.
Í landskappingini byrjaðu kvinnurnar eisini sera væl og løgdu frá landi við trimum knúsandi sigrum á ávikavist EB, VB og Stjørnuni. Tær sloppu tó ikki at
Mynd: portal.fo
sveima á teimum skýggjunum leingi, tí at í fjórða umfari av landskappingini vóru tær fyri veruligum skrædlið, tá ið tær taptu 44-34 á Kyndli.
Tær reistu seg tó, við at vinna fimm dystir upp í slag, men eisini tann sigursrøðin fekk ein enda, tá ið mótstøðuliðið aftur var grønt, hesuferð vóru tað tó bert fimm mál, ið skiltu liðini.
Síðan seinna ósigurin ímóti Kyndli, hava hoyvíkskvinnur spælt tríggjar dystir: javnleik móti VÍF í Vestmanna, stórsigur á StÍF á Skála og seinast ein tryggan sigur á VÍF í Hoyvíkshøllini.
Eftir trettan dystir hava hoyvíkskvinnur 21 stig og liggja á einum deildum øðrum plássi, saman við VÍF. Bert Kyndil, ið enn hevur fult stigatal, liggur omanfyri H71.
Í steypakappingini hava kvinnurnar bert spælt tveir dystir. Tær løgdu út við einum 39-16 sigri á VB og í seinna dystinum, skaptu tær eitt av teimum størstu úrslitunum hetta kappingarári, tá ið tær fingu javnleik ímóti Kyndli á Hálsi, hóast tær vóru aftanfyri við seks málum í hálvleikinum.
Onki er tó avgjørt í steypakappingini, tí í síðsta umfarinum bíðar VÍF, sum hevur tvey stig. Dysturin verður spældur sunnudagin 12. januar og er alt avgerandi. Um hoyvíkskvinnur vinna ella spæla javnleik, so kunnu vit gleða okkum til hálvfinalurnar, meðan ein sigur til VÍF, sendir vestmenningar í hálvfinalurnar, um Kyndil vinnur sín dyst ímóti VB, sum tær skulu væntast at gera.
Kvinnurnar hava eisini, eins og undanfarnu árini, luttikið í evropeiskari kapping. Í fyrsta umfari møttu tær Latsia úr
Kýpros, sum veruliga ikki hevði nógv at bjóða. Dystirnir vóru báðir spældir í Høllini á Hálsi og vann H71 samanlagt 91-35 og spældi seg víðari til annað umfar. Í øðrum umfari trektu hoyvíkskvinnur
PAOK úr Grikkalandi, sum liggja á einum deildum fyrsta plássi í griksku kappingini og skuldu báðir dystirnir spælast í Hoyvíkshøllini. Tað sást alt fyri eitt í fyrra dystinum, at her var talan um dygdargott mótstøðulig og endaðu hoyvíkskvinnur eisini við at tapa fyrra dystin 31-23. Tað skuldi sostatt eitt megnar avrik til í seinna dystinum, um kvinnurnar vildu víðari í European Cup. Tær komu ikki víðari, men seinni dysturin var uttan
iva ársins størsta uppliving, sæð við áskoðara eygum. Kvinnurnar spældu ein framúrskarandi dyst og vunnu heili 30-23 á hesum sterka grikska liðinum. Í endanum manglaði sera lítið í, at tær fingu dystin út í longda leiktíð og um heilt væl vildi, so kundu tær eisini havt vunnið við níggju málum og tryggja sær víðari luttøku. Ein dystur, sum heilt víst má sigast at vera ein av varunum frá kappingarárinum higartil.
Úrslitini hjá kvinnunum hava, tá ið alt kemur til alt, verið útmerkaði í ár og í tíðarskeiðum hevur spælið eisini verið sera gott. Tá ið tað er sagt, so hevur man ofta sita við tí kensluni, at hettar liði megnar meira, enn tað hevur víst.
Leikaragóðskan er sera góð og er hettar í glottum eisini komið til sjóndar, millum annað ímóti PAOK og í øðrum hálvleiki ímóti Kyndli í steypakappingini. Nógvar dystir, serliga tá ið mótstøðan er sterk, hevur liði tó spælt langt undir tí støði, ið man veit, at tað er ment.
Seinasti sigurin ímóti VÍF ber brá um nakað gott og verður tað spennandi at fylgja, hvat í restin av kappingarárinum fer at bjóða. Í landskappingini liggja hoyvíkskvinnur á einum deildum øðrum plássi, meðan tær sjálvar kunnu avgera, um tær koma í hálvfinalurnar í steypakappingini, so onki er farið og alt er enn uppá spæl, nú teir stuttligu dystirnir liggja fyri framman.
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
WWW.LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
WWW.LAWFIRM.FO
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
GUNN ELLEFSEN · M
WWW.LAWFIRM.FO
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN INGI HØJGAARD . GUNN ELLEFSEN
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JULIANNA KLETT
GUNN ELLEFSEN · M
GUNN ELLEFSEN · M
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JULIANNA KLETT
GUNN ELLEFSEN · M
JULIANNA KLETT
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JULIANNA KLETT
TÓRMÓÐUR P. DJURHUUS
KAPPINGARÁRIÐ HJÁ
MONNUNUM HIGARTIL
Vónirnar vóru sera góðar undan kappingarbyrjan. Menninir komu inn til kappingarárið sum verandi føroyameistarar, har man í landskappini bert hevði tapt tveir av teimum seinastu nítjan dystunum. Tann eini ósigurin kom ímóti KÍF í finalunum, meðan hin kom ímóti Kyndli í síðsta umfari av grundspælinum, ein dystur sum ikki hevði veruligan týdning. Í steypakappingini gekk tó ikki eins væl og komu menninir ikki víðari úr bólkaspælinum.
Týðandi leikarar frá farna kappingarárið vóru ikki í hópinum til hetta kappingarári, men stórir profilar vóru eisini komnir til, so hópurin sá sterkur út.
portal.fo
Vónirnar blivu eisini styrktar, tá ið menninir løgdu út við at vinna sannførandi, 29-22, á VÍF í stórsteypadystinum.
Í landskappingini byrjaðu menninir eisini væl og vunnu tveir teir fyrstu dystirnar.
Skaðar byrjaðu tó tíðliga at plága hópin og var hettar eisini við til at gera, at góða byrjanin skjótt fekk ein enda. Menninir fingu bert eitt stig í næstu fýra dystunum og vóru í tungum sjógvi.
Teir reistu seg tó eftir hetta og vunnu tríggjar dystir upp í slag, áðrenn teir so taptu tveir teir seinastu dystirnar, móti StÍF og VÍF.
Menninir liggja, sum nú er, nummar fýra í
Mynd:
einum sera jøvnum grundspæli í landskappingini, har teir hava vunnið á øllum liðunum, ið liggja omanfyri teir, í ársins kappingarári. Hartil skal tó nevnast, at sigurin á VÍF var í stórsteypadystinum.
Í steypakappingini hevur tað gingið sera væl hjá monnunum. Í fyrsta umfari av bólkaspælinum vunnu hoyvíkingar sannførandi 27-22 á Kyndli, eftir hettar eyðmýgdu hoyvíkingar Team Klaksvík, við einum 19-50 sigri á útivølli. Í síðsta og avgerandi dystinum ímóti StÍF, vann H71 32-31, í einum dysti, har teir høvdu ráð at tapa við nøkrum málum, so hálvfinalurnar komu ongantíð í veruligan vanda.
Menninir fingu sostatt fulla úrtøku í bólkaspælinum og kunnu síggja fram til tvær hálvfinalur ímóti kollfirðingum.
Í evropeiskum høpi endaði ævintýrið, áðrenn tað slapp at byrja. Tað er vorðið ein tragikomisk sjálvfylgja, at menninir hjá H71, í hvørjari roynd, eru heldur óhepnir við lutakastinum í European Cup. Í ár var onki undantak og møttu menninir italska Brixen, sum undanfarna kappingarár endaði nummar tvey í grundspælinum og síðani taptu finalurnar 2-1 í italsku landskappingini. Dystirnir blivu spældir í Italia og var ongin ivi um, at hettar fór at vera ein sera trupul uppgáva. Tað varð tað eisini og taptu hoyvíkingar báðar dystirnar. Í seinna dystinum var tó nógv at gleðast um,
har H71 serliga í fyrra hálvleiki spældi framúrskarandi.
Alt í alt er kappingarárið higartil meira enn góðkent. Týðandi leikarar hava ikki verið tøkir, onkur í longri tíð, men hava aðrir menn traðka í karakter, tá ið heitt hevur verið á teir. Skal fingruin setast á nakað, so hevði man sjálvsagt vilja ligið hægri uppi enn á einum fjórða plássi í landskappingini, men hesin hópurin hevur áður víst, at teir eru førir fyri at lyfta yvirleggjaran, tá ið teir týðandi dystirnir koma á skrá. Tað mest umráðandi í fyrru hálvu, má sigast at hava verið bólkaspæli í steypakappingini, har H71 fall fyrra kappingarár, og har lat man ongan iva vera um nakað. Nú liggja teir stuttligu dystirnir fyri framman og skulu menninir spæla nógvar týðandi dystir komandi tíðina, tað slagi av dystum, har teir plaga at trívast best.
Síðsta kappingarár flutti liðið seg sera nógv gjøgnum kappingina, bæði sum einstaklingar, men eisini sum lið, so spennandi verður at síggja, hvar hesin hópurin stendur, tá ið kappingarárið er av.
Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.
JUTA MASTER 40/200 á EL25
PARTILLE-CUP LUTTØKA
STYRKIR HFELAGSSKAPIN
Summarið 2025 er ætlanin at H71 fyri 8 ferð skal luttaka í Partille Cup.
Mynd: portal.fo
H71 hevur luttikið í Partille Cup í Gøteborg í Svøríki annaðhvørt ár síðani 2011. Tó var ongin kapping í Coronatíðini.
Umleið 150-200 leikarar úr felagnum luttaka, og talið av foreldrum og familjulimum man vera nakað tað sama.
Stórt fyrireikingararbeiði er undan kappingini, har foreldur og luttakandi børn taka lut í ymsum tiltøkum fyri at savna pening inn til ferða- og luttøkuútreiðslur. Harumframt er miðvís venjing á skrá út á summarið fyri at fyrireikingarnar eru so góðar sum gjørligt. Foreldur og leikarar skipa í stóran mun sjálvi ferðina til Keypmannahavnar men koyra so saman við bussi til Gøtuborgar, har búð verður
á skúla og summi foreldur á Hotel. Kappingin byrjar týsdagin tann 1. juli 2025 og so verður spælt alla vikuna.
Sama kvøld er setanin og tað er stuttligt at síggja framførslurnar sum eru í stóru høllini Scandinavinum.
Fríggjadag og leygardagin eru “vinn ella forsvinn” dystir. Hóast ein ikki spælir seg í eina finalu, so er stuttligt at fylgja og hyggja at hinum sum spæla finalur leygardag.
Ímeðan Partille Cup er er eisini kapping fyri ungdómslandsliðið í Gøteborg, so tá ein ikki spælir sjálvur, liggur væl fyri at hyggja at góðum hondbólti.
Tó at felagsskapurin og luttøka er tað týdningarmesta, so verður sjálvsagt eisini farið eftir úrslitum á leikvallum. Tað er jú eisini tí, at kappingar verða fyriskipaðar.
Felags foreldrafundur verður fyriskipaður fyrst í februar og í januar verður endaliga tilmelding at fara fram. Nærri boð um tíð og stað kemur seinni.
Lætt og stuttligt
Gjaldskort Fígging
FramtíðarKonta
OKKARA KJARNUØKI
GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP
SKATTUR
VIRKISRÁÐGEVING
BÓKHALD
MEIRVIRÐISGJALD
Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.
Tak appina niður her
Fyll á og koyr víðari
Follow us
Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320
Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300
Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399
Heinta 2 fyri 1 appina niður her
Fartelefonhald
Nema kundar kunnu við 2 fyri 1 appini bjóða einum vini í biograf, bovla, eta burgara, og nógv annað púrasta frítt.
2 fyri 1
2 fyri 1
www.nema.fo I Tlf. 20 20 20 I nema@nema.fo
2 fyri 1
Biografur
Burgara
Bovling
Frítíðin byrjar umborð
Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.
Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.
Les meira á www.smyrilline.fo , skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900