LEYGARDAGUR HÁLVFINALA-2 DYSTARSKRÁ 5 / 2025 15. FEBRUAR

Hálvfinalur í steypakappingini 15. februar
KL.17.00 / H71 - Neistin (kvinnur)
Kl.19.00 / H71 - Kíf (menn)


ODDAGREIN
LEYGARDAGUR HÁLVFINALA-2 DYSTARSKRÁ 5 / 2025 15. FEBRUAR
Hálvfinalur í steypakappingini 15. februar
KL.17.00 / H71 - Neistin (kvinnur)
Kl.19.00 / H71 - Kíf (menn)
ODDAGREIN
Nú er álvara. Eftir at bæði kvinnu- og mansliðið okkara vunnu fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini mikukvøldið, skal alt avgerast nú leygardagin, tá somu lið aftur bresta saman í seinnu og altavgerandi hálvfinalunum. Hóast sigrar okkara í fyrru hálvfinalunum, so er als einki avgjørt enn.
Í fyrru hálvfinalunum, løgdu kvinnurnar fyri mikukvøldið kl. 18.00 í høllini á Hálsi. Hóast vit komu rættuliga væl frá byrjan, so haltaði í at skora uppá tey mongu brotskøst vit fingu. Heili 4 brotskøst vórðu misnýtt. Vóru hesi gagnnýtt, so høvdu vit av álvara lagt sjógv millum okkum og Neistan í fyrra hálvleiki. Nú gekk heldur javnt á og vit fóru til hálv-
Mynd: Álvur Haraldsen
leiks við eini eitt máls leiðslu 11-12. Annar hálvleikur byrjaði illa og tá hann var hálvrunnin, vóru vit aftanfyri heili 2016. Eftir tað fór at bragda aftur hjá okkum og við sera góðum verjuspæli eydnaðist bert Neistanum at skora eittans mál seinastu 15 minuttirnar, ímeðan vit úr Hoyvík skoraðu heili seks mál og kundu fara til húsar aftur við einum 21-22 útisigri. Ein sera søtur sigur má sigast. Samanumtikið vóru tað í stóran mun Egholm systrarnar, ið bóru okkum sigurin til høldar í øðrum hálvleiki og skoraðu tær bróðurpartin av øllum málunum seinna part av dystinum.
Menninir leiktu mikukvøldið kl. 20.00 í Kollafirði og skuldu royna at gera kvinn
unum kunstin eftir. Menninir løgdu eisini væl frá landi og førdu rættuliga fitt fyrra part av fyrra hálvleiki, men so steðgaði upp. Ágangandi verjuspælið hjá KÍF eydnaðist væl og vit høvdu trupulleikar við at finna málmeskarnar. Frá at H71 hevði
ført 69 um miðjan fyrra hálvleik, fóru liðini til hálvleiks við støðuni 1010. KÍF var undan fyrra partin av øðrum hálvleiki, men frá miðjan annan hálvleik løgdu vit okkum framum og hildu hesa oddastøðu restina av dystinum og kundu fara til húsa við einum 21-23 sigri. Sannast má, Brian Slyne við sínum 12 málum var ein veruligur einmansherður. Fer eftir fer eydnaðist honum á óvanliga hegnisligan hátt at finna netmeskarnar og var hetta í sær sjálvum grundin til at vit kláraðu at knógva kollfirðingum í hesi fyrru hálvfinaluni.
Nú leygardagin standa so seinnu hálvfinalurnar fyri durum í Hoyvíkshøllini og
hóast vit í báðum dystum hava ein lítlan fyrimun, so er als einki avgjørt enn. Hjá kvinnunum verður avgerandi at kunna finna netmeskarnar hjá Neistanum, ikki minst í brotskaststøðum og hjá monnum verður avgerandi at aðrir enn bara Brian av álvara bjóða inn til at bera okkum finaluplássið heim.
Eitt er tó avgerandi og tað er, at vit
øll møta fjøllment upp til dystirnar leygardagin í Hoyvíkshøllini og eyggja liðum okkara til sigurs. Gaman í, vit hava lið við í nærum øllum steypafinalunum næstkomandi leygardag í Stórhøllini við Tjarnir, men tað er ikki tað sama, um fremstu kvinnu- og manslið okkara ikki eru við. So møti øll upp í Hoyvíkshøllini leygardagin, so menn og kvinnur okkara av áskoðaraplássunum kunnu vera borðin ígjøgnum dystirnar.
Mynd: in.fo
Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00
Hvønn leygarmorgun áðrenn klokkan níggju stendur ein bólkur av kvinnum í gonguskóm uttanfyri Hoyvíkshøllina. Flestu teirra búgva í Hoyvík, men matrikkulnummarið er tó eingin treyt. Einasta treyt fyri at vera í hesm bólki er, at tú heldur vð H71.
Klokkan níggjunullnull verður farið til gongu og rutan er hin sama hvønn leygarmorgun: Yvirum Vegin Langa, oman gjøgnum Gróthúsveg, eftir gøtuni oman á Mýruna, oman eftir Kúrdalsvegi, niðan eftir Gamlavegi, og tá gongan er komin oman við húsunum hjá Bozenu, steðga allar við brúnna um Hoydalsá at taka felagsmynd.
Soleiðis gongur leiðin gjøgnum bygdina, og endar eftir knøppum tíma aftur við Hoyvíkshøllina.
Tá verða motturnar lagdar á gólvið í kantinuni, og við kønari vegleiðing frá egnum fysioterapeuti, Ingilín, verður nú strekt og mýkt og vríggjað. Við serligum denti á kropsligar avbjóðingar hjá kvinnum 40/pluss verða hvør vøddi og hvør spong mýkt og styrkt :). Eftir gongutúr og krevjandi kropsligar venjingar eru allar næstan púra klárar til dagsins aðrar gerningar.
Tí nú er kanska týdningarmesti parturin av konseptinum eftir: kaffi og prát!
Á Messenger eitur bólkurin “H71gongufelag og kaffisøla”. Og stovnarin, sum dugir væl at fáa fólk til arbeiðis
- er hon nevnd, so er hon kend - seldi hugskotið snildisliga: Fyrst vórðu boð send um fastan gongutúr leygarmorgun, við mynd av tveimum rutum. Ein stutt og ein eitt sindur longri. Síðani komu boðini um, at tað fór eisini at bera til at hjálpa við kaffisøluni, tá kvinnur og menn hjá H71 spæla heimadyst. Ein vinnvinn støða, má sigast, tá eggjað verður til gongutúrar, hugnaliga samveru og samstundis til at hjálpa til í H71, sum vit allar eru góðar við.
Undirtøkan er sera góð, og einar fimmti kvinnur eru í bólkinum. Allar ganga ikki hvørja ferð og allar selja ikki kaffi hvørja ferð. Sum tað sæst á myndunum, eru einar 10-15 kvinnur og ganga hvørja ferð. Minsta talið nakrantíð er EIN røsk kvinna. Hetta var ein leygarmorgun í
jólamánaðinum, tá jólaborðhaldini vóru í hæddini. Tá fór knáa Maria Dahl einsamøll til gongu, tí eingin onnur var møtt :)
Sigast skal eisini, at júst henda mánaðin komu fleiri leygarnætur stuttligar heilsanir og selfies av gongukvinnum á veg heim úr býnum. Hvør skal siga: Náttin gjørdist so long, at vit koma ikki at ganga í morgun :)
Tá vit nú vita, at sosial sambond og sjálvboðið arbeiði eru tað, sum leingja okkum lívið og samstundis gera okkum eydnurík meðan vit liva tað, má hetta sigast at vera eitt heilt einastandandi tilboð.
Tað einasta, tú skalt gera, er at halda við H71 og møta upp frammanfyri Hoyvíkshøllina leygarmorgun áðrenn klokkan 9.
ES: Tá tú keypir tær ein kaffimunn leygardagin í sambandi við dystirnar, kanst tú rokna við, at hon, sum stendur innanfyi skivuna, hevur verið snimma á fótum, tí hon byrjaði dagin júst við hesum góða gongutúri.
Rúna Jógvansdóttir Larsen
Elsa Egholm
Marta Agnarsdóttir Højgaard
Anna Elisabeth H. Weyhe
Karin Egholm
Karina Debes Heinesen
Lukka Arge
Alda av Skar∂i
Inga Maria Joensen
Tóra Róadóttir
Maria Beder
Maria Halsdóttir Weyhe
Karin Fossabrúgv
Sóley Vinther
Fjóla Skaalum Vilhelm
Lea Sesilia Lava Brockie
Sára Berg á Lag
Sára Vedelsbøl
Sofie Kornelius
Brynhild Pálsdóttir
Anita Dahl
Elida Joensen
Gu∂ri∂ Bogadóttir á Borg
Venjari: Hjálparvenjari:
Mathias Rettig
Gilli Lorenzen
Lydia Jacobsen Ári Egason Dam
Ingilín Holm
Sebastian Christensen Jens á Skipagøtu
Torstein Sivertsen
Helgi Hildarson Hoydal
Louis Christy
Rói Seyer Hjaltason
Jón Rói Mohr Høgnesen
Hans Kári Hansen
Ingi Johannesen
Haraldur Karlsson
Rógvi Persson
Sjúrður Seyer Hjaltason
Helgi Jakob Halldorsson
Jákup Egholm
Ári Jógvansson Olsen
Andras Klein
Høgni Højsted
John Skaalum Vilhelm
William N. Djurhuus
Hilmar Leon Jakobsen
Høgni Heinason
Rókur Ziskason
Sakarias Aniano Sakarisson
Magnus Carlsen
Brian Slyne
Suni Dalsgaard
Jón Midjord
Julian Joensen
Jógvan Andrias Lamhauge
Venjari: Venjari: Málmansvenjari / Mentalvenvari:
Mark Marcher Djóni Gaard Joensen
Jens á Skipagøtu
Heri Ziska
Sebastian Christiansen
»GOTT ER
HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
LUKAS DEBESARGØTA 8 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
WWW.LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
WWW.LAWFIRM.FO
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
GUNN ELLEFSEN · M
WWW.LAWFIRM.FO
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN INGI HØJGAARD . GUNN ELLEFSEN
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JULIANNA KLETT
GUNN ELLEFSEN · M
GUNN ELLEFSEN · M
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JULIANNA KLETT
GUNN ELLEFSEN · M
JULIANNA KLETT
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JULIANNA KLETT
Bílegg borð á
hidden ord.com
Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.
JUTA MASTER 40/200 á EL25
Gjaldskort Fígging
FramtíðarKonta
OKKARA KJARNUØKI
Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.
Tak appina niður her
Follow us
Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320
Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300
Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399
Heinta 2 fyri 1 appina niður her
Nema kundar kunnu við 2 fyri 1 appini bjóða einum vini í biograf, bovla, eta burgara, og nógv annað púrasta frítt.
2 fyri 1
2 fyri 1
www.nema.fo I Tlf. 20 20 20 I nema@nema.fo
2 fyri 1
Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.
Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.
Les meira á www.smyrilline.fo , skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900