Fjølnir 2022

Page 7

FJØLNIRHEIÐURIN

Rættvísi í veðurlags­ kreppuni Umhvørvis- og veðurlagsrættvísi

Sigrið Leivsdóttir BA Altjóða Viðurskifti (International Relations) á King’s College London

Á veðurlagsráðstevnuni hjá Sameindu Tjóð­um (ST), COP261, í Glasgow í Novem­ber 2021, segði 25 ára gamli aktivisturin, Van­essa Nakate, úr Uganda í røðu síni at „1,2 °C er longu helviti fyri okkum. Tað er longu oyði­legging. Tað er longu líðing.“ 2 Nak­ate er vorðin slóðbrótari fyri veður­lags­rætt­vísi. Hóast londini í Afrika søguliga einans standa fyri 3% av heimsins útláti av vakstar­hús­gassum, er Afrika tann heims­parturin, ið er harðast raktur av veður­lags­broytingum. 3 Samstundis eru fleiri av teimum londunum, sum beint nú merkja heilt lítið til veðurlagsbroytingar, tey, sum søguliga hava dálkað mest. Hesin mun­urin altjóða og hetta órættvísi hevur birt í rørsluna fyri veðurlags- og um­hvørvis­rætt­vísi. Tá veðurlagsbroytingar longu eru sjón­ligar, kann heitið á rørsluni ‘Fridays for Future’, sum byrjaði í 2018, tykjast eitt sindur villeiðandi. Tá vit siga ‘Fríggjadagar Fyri Framtíð’ kann tað hava við sær, at vit halda, at veðurlagskreppan er nakað hypo­tetiskt og abstrakt í framtíðini. „Vit mugu hugsa um okkara børn og barna­børn“ hoyra vit ofta. Men tað snýr seg ikki einans um okkara framtíð, ella fram­tíð­ina hjá okkara børnum og eftir­kom­arum. Tað snýr seg eisini um tey, sum upp­liva veðurlagsbroytingar beint nú. Tey sum hava mist sítt heim vegna náttúru­van­lukkur; tær milliónirnar av fólki, sum noyð­ast at flýggja frá heimi sínum; tey sum stríðast við turka og hita; tey sum arbeiða í landbúnaði og missa sína avgrøði vegna veður­lags- og umhvørvisbroytingar. Tað snýr seg sjálvandi eisini um tey manna­rætt­indi, sum beint nú vera brotin í veð­ur­lags­kreppuni, til dømis rættindi til at hava góð lívskor, at hava sítt egna heim og grund­leggjandi rættindi til reint vatn, mat, heilsu og útbúgving.

1

Veðurlags­rættvísi knýtir manna­rætt­ indi og menning saman í einum sjón­ar­miði, sum miðsavnar menniskjað, verjir rættindi hjá teimum mest viðkvomu og deilir byrðuna av veðurlagskreppuni á rætt­vísan og óvildarligan hátt“.

COP stendur fyri Convention of Parties og er árlig ráðstevna um veðurlagsbroytingar, bygd á skipanina í millumtjóðasáttmálanum hjá ST um veðurlagsbroytingar (UNFCCC). Tann fyrsta ráðstevnan var í Berlin í 1995. Vegna Covid19 var ráðstevnan í 2020 avlýst, og tann í Glasgow í 2021 var tískil nummar 26. 2 African Business. Vanessa Nakate takes an African voice to Cop26, November 6, 2021. https://african.business/2021/11/energy-resources/cop26-ugandasvanessa-nakate-brings-an-african-voice-to-the-climate-crisis/ 3 African Development Bank Group. Climate Change in Africa, 2020. https://www.afdb.org/en/cop25/climate-change-africa

12

Fyrrverandi írski forsetin og leiðarin fyri sam­ráð­ing­um um veðurlagsbroytingar, Mary Rob­in­son, hevur í fleiri ár arbeitt við rættvísi í veður­lags­kreppuni, og var ein av teimum fyrstu at kjakast um tað í ST. Í sínum arbeiði hevur hon møtt sera nógvum fólkum, ið leingi hava livað við ávirkanum av veðurlagsbroytingum og sum hava roynt at skundað undir arbeiðið hjá ST móti veðurlagsbroytingum. Í bók síni Climate Justice hevur hon skrivað um persónligar upplivingar hjá nøkrum av hesum fólkunum, millum annað bóndur, ið eru noyddir at flýggja undan turki, fam­ iljur, ið flyta undan vatnflóð og forsetar, ið royna at sameina sína tjóð hóast land teirra er á veg undir vatnskorpuna. Mary Robinson lýsir veðurlagsrættvísi so­leiðis: „veðurlags­rættvísi knýtir manna­ rætt­indi og menning saman í einum sjón­ ar­miði, sum miðsavnar menniskjað, verjir rættindi hjá teimum mest viðkvomu og deilir byrðuna av veðurlagskreppuni á rætt­vísan og óvildarligan hátt“.4 Tað grundleggjandi í rørsluni fyri veður­ lagsrættvísi er, at tey, sum verða harðast rakt av veðurlagsbroytingum eru tey, sum hava staðið fyri minsta partinum av út­lát­ inum av vakstrarhúsgassum, sum partvís hevur elvt til veðurlagskreppuna. Tað snýr seg eisini um atgongd til rættarligt rætt­ vísi.5 Harumframt er talan um sosialt rætt­ vísi, tí fleiri av teimum londunum, sum eru harðast rakt av veðurlagsbroytingum, eru longu fátøk og viðbrekin. Í 2020 vóru 80% av øllum friðarvarðveitandi sendi­ nevndunum hjá ST í londum, sum eru í stór­um vanda fyri veðurlagsbroytingum.6 Sam­b ært ST kann veðurlagskreppan herða kríggj og gera spenning verri.7 Har­ um­framt er tjóðarbúskapurin og livistigið hjá íbúgv­unum í stóran mun bundið av at­gongd til nátúrligt tilfeingi í fleiri av lond­unum, sum eru harðast rakt av veður­ lags­broytingum. Hetta merkir, at veðurlagskreppan grund­leggj­andi er ein manna­rættinda­ spurn­ing­ur. Veðurlagskreppan er fløkjaslig og marg­ fald­að við óendaligum fylgisskaðum. Í okk­ara globaliseraða heimi eru slíkir

Climate Change Vulnerability Index 2017

Mynd 1: eitt mát fyri viðkvæmi mótvegis veðurlagsbroytingum.

trupul­leik­ar bundnir saman, og tá veður­ lags­broyt­ing­ar ávirka smá samfeløg aðra­ staðni, so kann tað elva til sveiggjandi prísir fyri til­feingi sum t.d. mat og olju heima hjá okk­um. Beinleiðis avleiðingar ávirka heldur ikki øll heimsins menniskju eins. Hóast veðurlagskreppan er heimsfevnandi, so eru avleiðingar av veðurlagsbroytingum ógvu­sligari summastaðni enn aðrastaðni. Serliga er tað tann parturin av Jørðini, ið hevur tropiskt veðurlag, sum er harðast raktur. Hetta vísir váðagreiningin Climate Change Vulnerability Index (mát fyri við­ kvæmi mótvegis veðurlagsbroytingum) frá 2017 væl, og er hetta týðiligt á heims­ kortinum niðanfyri (mynd 1).8 Reyði liturin merkir, at landið er í serliga høgum vanda fyri veðurlagsbroytingum, og her síggja vit týðiliga, at hetta serliga er galdandi fyri lond í Afrika.

Ójavni í útláti av vakstrarhúsgassum Hóast veðurlagskreppan er ein avleiðing av menniskjaskaptum virksemi, so er tað ikki virksemi hjá øllum av heimsins menn­ iskjum, ið hevur ávirkað hetta líka nógv. Frágreiðingin Confronting Carbon In­eq­ ual­ity (Stríðið móti kolevnisójavna), sum manna­rætt­inda­felagsskapurin, Ox­fam, gav

út í 2020, vísir hvussu veður­lags­kreppan er knýtt at heims­fevnandi sosialum og búskapar­ligum ójavna og órættvísi.9 Oxfam og Stockholm Environment Insti­t­ute hava granskað, hvussu búskapar­ ligur ójavni avspeglar mismun í útláti av vakstr­ar­h ús­g assum millum heimsins borg­arar. Í tíðar­skeið­inum frá 1990 til 2015 vaks árliga út­látið av vakstrarhúsgassum 60%, og í hes­um tíðarskeiði verður mett, at: Tey ríkastu 10% av fólkunum í heiminum (umleið 630 milliónir fólk) stóðu fyri 52% av samlaða útlátinum Tey ríkastu 1% (umleið 63 milliónir fólk) stóðu fyri 15% av samlaða útlátinum Tey fátækastu 50% av heimsins íbúgv­ um (umleið 3,1 milliardir fólk) stóðu einans fyri 7% av samlaða útlátinum Tey ríkastu 5% (umleið 315 milliónir fólk) stóðu fyri yvir einum triðingi (37%) av saml­ aða vøkstrinum av vakstrarhús­gassum Samlaði vøksturin í útláti hjá teimum ríkastu 1% var tríggjar ferðir hægri enn tað hjá teimum fátækastu 50% Ójavna útlátið av vakstrarhúsgassum er eyðsýnt í sokallaða ‘dinosaura diagramm­ inum’ (mynd 2), sum lýsir munin á útláti ríkastu og fátækastu heimsins íbúgvar og munin millum samlaða nýtsluútlátið frá 1990 til 2015.10

4 Mary Robinson Foundation. The Geography of Climate Justice: An Introductory Resource, 2011. https://www.mrfcj.org/pdf/Geography_of_Climate_Justice_Introductory_Resource.pdf 5 Martinez-Alier, J, et al. Is there a global environmental justice movement?, The Journal of Peasant Studies, 2016, 43:3, 731-755. 6 Krampe, F. SIPRI: Why United Nations peace operations cannot ignore climate change, 2021. https://www.sipri.org/commentary/topical-backgrounder/2021/why-united-nationspeace-operations-cannot-ignore-climate-change 7 UN, C. &. E. Climate change recognized as ‘threat multiplier’, UN Security Council debates its impact on peace, 2019. https://news.un.org/en/story/2019/01/1031322 8 Maplecroft. Climate change vulnerability index 2017. https://reliefweb.int/sites/reliefweb.int/files/resources/verisk%20index.pdf 9 Oxfam. Confronting Carbon Inequality: Putting climate justice at the heart of the COVID-19 recovery, 21 September 2020. https://www.oxfam.de/system/files/documents/20200921confronting-carbon-inequality.pdf 10 GG: her er dentur lagdur á útlát frá einstaklingum og ikki frá fyritøkum og londum.

13


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.