12 minute read

MFS fordømir russisku innrásina í Ukraina

Sigrið Leivsdóttir

Advertisement

BA Altjóða Viðurskifti (International Relations) á King’s College London

Rættvísi í veðurlagskreppuni

Umhvørvis- og veðurlagsrættvísi

Á veðurlagsráðstevnuni hjá Sameindu Tjóðum (ST), COP261 , í Glasgow í November 2021, segði 25 ára gamli aktivisturin, Vanessa Nakate, úr Uganda í røðu síni at „1,2 °C er longu helviti fyri okkum. Tað er longu oyðilegging. Tað er longu líðing.“2 Nakate er vorðin slóðbrótari fyri veðurlagsrættvísi. Hóast londini í Afrika søguliga einans standa fyri 3% av heimsins útláti av vakstarhúsgassum, er Afrika tann heimsparturin, ið er harðast raktur av veðurlagsbroytingum.3 Samstundis eru fleiri av teimum londunum, sum beint nú merkja heilt lítið til veðurlagsbroytingar, tey, sum søguliga hava dálkað mest. Hesin munurin altjóða og hetta órættvísi hevur birt í rørsluna fyri veðurlags- og umhvørvisrættvísi.

Tá veðurlagsbroytingar longu eru sjónligar, kann heitið á rørsluni ‘Fridays for Future’, sum byrjaði í 2018, tykjast eitt sindur villeiðandi. Tá vit siga ‘Fríggjadagar Fyri Framtíð’ kann tað hava við sær, at vit halda, at veðurlagskreppan er nakað hypotetiskt og abstrakt í framtíðini. „Vit mugu hugsa um okkara børn og barnabørn“ hoyra vit ofta. Men tað snýr seg ikki einans um okkara framtíð, ella framtíðina hjá okkara børnum og eftirkomarum. Tað snýr seg eisini um tey, sum uppliva veðurlagsbroytingar beint nú. Tey sum hava mist sítt heim vegna náttúruvanlukkur; tær milliónirnar av fólki, sum noyðast at flýggja frá heimi sínum; tey sum stríðast við turka og hita; tey sum arbeiða í landbúnaði og missa sína avgrøði vegna veðurlags- og umhvørvisbroytingar. Tað snýr seg sjálvandi eisini um tey mannarættindi, sum beint nú vera brotin í veðurlagskreppuni, til dømis rættindi til at hava góð lívskor, at hava sítt egna heim og grundleggjandi rættindi til reint vatn, mat, heilsu og útbúgving. Veðurlagsrættvísi knýtir mannarættindi og menning saman í einum sjónarmiði, sum miðsavnar menniskjað, verjir rættindi hjá teimum mest viðkvomu og deilir byrðuna av veðurlagskreppuni á rættvísan og óvildarligan hátt“.

1 COP stendur fyri Convention of Parties og er árlig ráðstevna um veðurlagsbroytingar, bygd á skipanina í millumtjóðasáttmálanum hjá ST um veðurlagsbroytingar (UNFCCC). Tann fyrsta ráðstevnan var í Berlin í 1995. Vegna Covid19 var ráðstevnan í 2020 avlýst, og tann í Glasgow í 2021 var tískil nummar 26. 2 African Business. Vanessa Nakate takes an African voice to Cop26, November 6, 2021. https://african.business/2021/11/energy-resources/cop26-ugandasvanessa-nakate-brings-an-african-voice-to-the-climate-crisis/ 3 African Development Bank Group. Climate Change in Africa, 2020. https://www.afdb.org/en/cop25/climate-change-africa

Fyrrverandi írski forsetin og leiðarin fyri samráðingum um veðurlagsbroytingar, Mary Robinson, hevur í fleiri ár arbeitt við rættvísi í veðurlagskreppuni, og var ein av teimum fyrstu at kjakast um tað í ST. Í sínum arbeiði hevur hon møtt sera nógvum fólkum, ið leingi hava livað við ávirkanum av veðurlagsbroytingum og sum hava roynt at skundað undir arbeiðið hjá ST móti veðurlagsbroytingum. Í bók síni Climate Justice hevur hon skrivað um persónligar upplivingar hjá nøkrum av hesum fólkunum, millum annað bóndur, ið eru noyddir at flýggja undan turki, familjur, ið flyta undan vatnflóð og forsetar, ið royna at sameina sína tjóð hóast land teirra er á veg undir vatnskorpuna.

Mary Robinson lýsir veðurlagsrættvísi soleiðis: „veðurlagsrættvísi knýtir mannarættindi og menning saman í einum sjónarmiði, sum miðsavnar menniskjað, verjir rættindi hjá teimum mest viðkvomu og deilir byrðuna av veðurlagskreppuni á rættvísan og óvildarligan hátt“.4

Tað grundleggjandi í rørsluni fyri veðurlagsrættvísi er, at tey, sum verða harðast rakt av veðurlagsbroytingum eru tey, sum hava staðið fyri minsta partinum av útlátinum av vakstrarhúsgassum, sum partvís hevur elvt til veðurlagskreppuna. Tað snýr seg eisini um atgongd til rættarligt rættvísi.5 Harumframt er talan um sosialt rættvísi, tí fleiri av teimum londunum, sum eru harðast rakt av veðurlagsbroytingum, eru longu fátøk og viðbrekin. Í 2020 vóru 80% av øllum friðarvarðveitandi sendinevndunum hjá ST í londum, sum eru í stórum vanda fyri veðurlagsbroytingum.6 Sambært ST kann veðurlagskreppan herða kríggj og gera spenning verri.7 Harumframt er tjóðarbúskapurin og livistigið hjá íbúgvunum í stóran mun bundið av atgongd til nátúrligt tilfeingi í fleiri av londunum, sum eru harðast rakt av veðurlagsbroytingum.

Hetta merkir, at veðurlagskreppan grundleggjandi er ein mannarættindaspurningur.

Veðurlagskreppan er fløkjaslig og margfaldað við óendaligum fylgisskaðum. Í okkara globaliseraða heimi eru slíkir

Climate Change Vulnerability Index 2017

Mynd 1: eitt mát fyri viðkvæmi mótvegis veðurlagsbroytingum.

trupulleikar bundnir saman, og tá veðurlagsbroytingar ávirka smá samfeløg aðrastaðni, so kann tað elva til sveiggjandi prísir fyri tilfeingi sum t.d. mat og olju heima hjá okkum.

Beinleiðis avleiðingar ávirka heldur ikki øll heimsins menniskju eins. Hóast veðurlagskreppan er heimsfevnandi, so eru avleiðingar av veðurlagsbroytingum ógvusligari summastaðni enn aðrastaðni. Serliga er tað tann parturin av Jørðini, ið hevur tropiskt veðurlag, sum er harðast raktur. Hetta vísir váðagreiningin Climate Change Vulnerability Index (mát fyri viðkvæmi mótvegis veðurlagsbroytingum) frá 2017 væl, og er hetta týðiligt á heimskortinum niðanfyri (mynd 1).8 Reyði liturin merkir, at landið er í serliga høgum vanda fyri veðurlagsbroytingum, og her síggja vit týðiliga, at hetta serliga er galdandi fyri lond í Afrika.

Ójavni í útláti av vakstrarhúsgassum

Hóast veðurlagskreppan er ein avleiðing av menniskjaskaptum virksemi, so er tað ikki virksemi hjá øllum av heimsins menniskjum, ið hevur ávirkað hetta líka nógv. Frágreiðingin Confronting Carbon Inequality (Stríðið móti kolevnisójavna), sum mannarættindafelagsskapurin, Oxfam, gav út í 2020, vísir hvussu veðurlagskreppan er knýtt at heimsfevnandi sosialum og búskaparligum ójavna og órættvísi.9

Oxfam og Stockholm Environment Institute hava granskað, hvussu búskaparligur ójavni avspeglar mismun í útláti av vakstrarhúsgassum millum heimsins borgarar. Í tíðarskeiðinum frá 1990 til 2015 vaks árliga útlátið av vakstrarhúsgassum 60%, og í hesum tíðarskeiði verður mett, at:

Tey ríkastu 10% av fólkunum í heiminum (umleið 630 milliónir fólk) stóðu fyri 52% av samlaða útlátinum

Tey ríkastu 1% (umleið 63 milliónir fólk) stóðu fyri 15% av samlaða útlátinum

Tey fátækastu 50% av heimsins íbúgvum (umleið 3,1 milliardir fólk) stóðu einans fyri 7% av samlaða útlátinum

Tey ríkastu 5% (umleið 315 milliónir fólk) stóðu fyri yvir einum triðingi (37%) av samlaða vøkstrinum av vakstrarhúsgassum

Samlaði vøksturin í útláti hjá teimum ríkastu 1% var tríggjar ferðir hægri enn tað hjá teimum fátækastu 50%

Ójavna útlátið av vakstrarhúsgassum er eyðsýnt í sokallaða ‘dinosaura diagramminum’ (mynd 2), sum lýsir munin á útláti ríkastu og fátækastu heimsins íbúgvar og munin millum samlaða nýtsluútlátið frá 1990 til 2015.10

4 Mary Robinson Foundation. The Geography of Climate Justice: An Introductory Resource, 2011. https://www.mrfcj.org/pdf/Geography_of_Climate_Justice_Introductory_Resource.pdf 5 Martinez-Alier, J, et al. Is there a global environmental justice movement?, The Journal of Peasant Studies, 2016, 43:3, 731-755. 6 Krampe, F. SIPRI: Why United Nations peace operations cannot ignore climate change, 2021. https://www.sipri.org/commentary/topical-backgrounder/2021/why-united-nationspeace-operations-cannot-ignore-climate-change 7 UN, C. &. E. Climate change recognized as ‘threat multiplier’, UN Security Council debates its impact on peace, 2019. https://news.un.org/en/story/2019/01/1031322 8 Maplecroft. Climate change vulnerability index 2017. https://reliefweb.int/sites/reliefweb.int/files/resources/verisk%20index.pdf 9 Oxfam. Confronting Carbon Inequality: Putting climate justice at the heart of the COVID-19 recovery, 21 September 2020. https://www.oxfam.de/system/files/documents/20200921confronting-carbon-inequality.pdf 10 GG: her er dentur lagdur á útlát frá einstaklingum og ikki frá fyritøkum og londum.

Mynd 2: ‘Dinosaura-diagrammið’ við ójøvnum vøkstri av koltvísúrnisútláti.

Altjóða munurin á útláti av vakstrarhúsgassum er niðanfyri vístur á einum heimskorti hjá Our World in Data, har tey við hægsta útlátið eru reyð, meðan tey við lægsta eru ljós. Samanbering við Mynd 1 vísir týðiliga, at tey londini, sum eru harðast rakt av veðurlagsbroytingum, eru tey londini, sum hava lægst útlát av koltvísúrni per íbúgva.11

Hesi bæði heimskortini vísa skeivleikan millum tey, ið hava størstu ábyrgd av útlátinum av koltvísúrni og tey, ið merkja ógvusligastu avleiðingarnar av veðurlagskreppuni. Ríkidømi og forbrúk í vesturheiminum er týðandi hægri enn í menningarlondunum. Tað verður mett, at í 2050 kunnu millum 25 milliónir og ein milliard menniskju hava mist heim sítt vegna veðurlagsbroytingar (stóra óvissan í hesi metingini avspeglar, at tað eru sosial, búskaparlig og umhvørvislig viðurskifti í sambandi við fólkaflyting, sum gera tað rættiliga torført at eyðmerkja veðurlagsbroytingar sum høvuðsorsøkina til at menniskju gerast flóttafólk).12 Í kjakinum um rættvísi í veðurlagskreppuni eru avmarking og tillaging grundleggjandi hugtøk. Avmarking merkir, at vit royna at avmarka veðurlagsbroytingar, til dømis við at minka um nýtsluna av kolvetni. Tillaging merkir, at vit tillaga umstøðurnar til at gera tað meira liviligt við teimum veðurlagsbroytingum, ið eru, og sum eru í væntu. Spurningurin um rættvísi noyðir okkum ikki at velja ein av hesum møguleikunum; harafturímóti er veðurlagsrættvísi bygt á eina sameining av báðum.

Hvat so?

Veðurlagkreppan reisir nógvar búskaparligar, løgfrøðiligar og grundleggjandi heimspekiligar og etiskar spurningar um sambandið millum menniskju, samfelag og náttúru. Veðurlagsbroytingar eru náttúruvísindaligar, ja. Men samstundis snýr veðurlagskreppan seg um politikk, vald og samráðingar. Lógir, mannarættindi og rættvísi. Javnstøðu, pengar og forbrúk. Sum eitt av heimsins ríkastu londum hava vit millum heimsins størstu útlát av koltvísúrni per íbúgva. Tískil hava vit eina ábyrgd. Samstundis eiga vit at steðga við einans at tosa um framtíðina, tá vit kjakast um veðurlagskreppuna. Tað snýr seg ikki einans um framtíðina hjá okkara børnum ella barnabørnum; tað snýr seg sjálvsagt eisini um tey, sum mugu liva við veðurlagskreppuni í dag.

Source: OWID based on CDIAC; Global Carbon Project; Gapminder & UN

Mynd 3: Útlát av koltvísúrni per íbúgva í 2017

11 Ritchie, H & Roser, M. Our World in Data: CO₂ and Greenhouse Gas Emissions. https://ourworldindata.org/co2-and-other-greenhouse-gas-emissions 12 International Organization for Migration (IOM), 2014. IOM Outlook on Migration, Environment and Climate Change. Geneva: IOM. Available from: https://publications.iom.int/system/ files/pdf/mecc_outlook.pdf.

Sigrið Leivsdóttir

23 ár, lesi BA Altjóða Viðurskifti (International Relations) á King’s College London.

Hví valdi tú at lesa Altjóða Viðurskifti í London?

Eg valdi at lesa altjóða viðurskifti, tí tað er ein tvørvísindalig og breið útbúgving, og eg var áhugað í at læra meira um samfelagsfrøði, sosiologi og søgu í altjóða høpi. Eg valdi faktisk mína útbúgving, meðan eg fjakkaði í Suðurasia og Miðeystri, í londum, sum eru ávirkað av ógvusligum ójavna og stríði, har eg gjørdist sera áhugað í altjóða politikki og búskapi. Eg vildi fegin vera í einum altjóða lestrarumhvørvi og royna okkurt annað enn at lesa og búgva í Keypmannahavn, og mær dámar betri at tosa enskt enn danskt. Eg hevði verið í London nakrar ferðir, og mær dámdi væl býin. King’s er eitt ógvuliga gott universitet innan altjóða viðurskifti, og eg væntaði als ikki, at eg fór at sleppa inn, men eg royndi allíkavæl og hugsaði, at eg ikki skuldi verða kedd, um eg ikki slapp inn. Tá eg so slapp inn, gjørdist eg rættiliga spent at royna nakað fullkomiliga øðrvísi, tí tað er jú ein stór broyting at flyta úr Kollafirði til London.

Hvat er tað besta við at lesa í London?

London er ein fjølmentanarligur høvuðsstaður og er ein savningarstaður fyri mentan, tónleik, list, gastronomi, film, vinnu og altjóða politikk. Her savnast fólk frá allastaðni í heiminum, og tað merkist væl, at London er ein av størstu býum í Evropa. Á King’s eru yvir 150 tjóðskapir, sum ger, at mann møtir fólki av ymiskum uppruna, átrúnaði, máli og mentan, og soleiðis fær man møguleika at skilja fólk, sum hava heilt øðrvísi bakgrund enn ein sjálvur. Eg haldi heilt víst, at hetta mentanarliga margfeldi og fjølbroytni ger býin heilt serligan, og tað verður eisini nógv meira áhugavert, um man møtir fólki við forvitni heldur enn fordómum, tí man finnur útav, at man hevur nógv til felags við onnur. Tað er eisini spennandi at uppliva aðrar mentanir, til dømis havi eg feirað Hanukkah, Thanksgiving og Día de los Muertos, og so havi eg floksfelagar úr t.d. Tahiti, Madagaskar og Nýkaledonia. Samstundis halda tey eisini, at tað er serligt at hava ein føroying í flokkinum, sum eisini er nokk so skeg. Av tí at London er ein so stórur býur, er lestrarumhvørvið ikki líka miðsavnað sum í smærri universitetsbýum. Mítt campus er á Strand, sum er mitt í býnum, so hetta merkir, at her altíð hendir okkurt beint

London er ein fjølmentanarligur høvuðsstaður og er ein savningarstaður fyri mentan, tónleik, list, gastronomi, film, vinnu og altjóða politikk.

Í Bretlandi fokuserar man rættiliga nógv uppá at læra at hugsa kritiskt og sjálvstøðugt, og tað dámar mær rættiliga væl.

uttanfyri skúlan, og man keðir seg ongantíð. Men man má so eisini læra seg at sleppa av við FOMO, ‘fear of missing out’.

Hvat innan tína útbúgving hevur tín størsta áhuga? Kanst tú greiða stutt frá hesum?

Tað, sum mær dámar mest við míni útbúgving er, at vit læra um altjóða viðurskifti gjøgnum ógvuliga ymisk sjónarmið og vísindagreinar, so sum politiska filosofi, søgu, samfelagsbúskap, trygdarpolitikk, mannfrøði og sosiologi. Mín útbúgving er á Faculty of Social Science and Public Policy og Department of War Studies, sum hevur eina av heimsins størstu samling av akademikarum, sum eru spesialiserað innan kríggj, konfliktir ogterrorismu í altjóða politikki. Tað merkir eisini, at okkara professarar eru serfrøðingar innan tær lærugreinar og evni, sum vit hava um, og ofta hava vit vitjan av til dømis diplomatum og granskarum. Í Bretlandi fokuserar man rættiliga nógv uppá at læra at hugsa kritiskt og sjálvstøðugt, og tað dámar mær rættiliga væl. Vit sleppa sjálvi at velja lærugreinar, sum ger, at man sleppur at byggja sína persónligu útbúgving – so tað er eingin annar í flokkinum, sum hevur akkurát tær somu lærugreinarnar sum eg. Tá man lesur altjóða viðurskifti, sleppur man ikki undan at læra nógv um t.d. kríggj og kolonialismu, tí tað er týdningarmikið at taka søgulig sjónarmið við, tá man greinar altjóða politikk í dag; fyri at royna at skilja, hvussu vit endaðu her, sum vit eru beint nú. So tað er til tíðir ein rættiliga hørð og hugtyngjandi útbúgving, men samstundis ógvuliga viðkomandi. Vit kjakast nógv um samtíðarevni, og mótmælisrørslur sum Black Lives Matter, MeToo og Fridays for Future hava verið nógv frammi í London í seinastuni – so tað er spennandi at lesa her beint nú!

Hvussu nógv fyllir veðurlagskreppan á tínari útbúgving/í lestrarumhvørvinum?

Veðurlagsbroytingar fylla nógv í mínari útbúgving og á King’s og í London sum heild. Í míni útbúgving havi eg lært um veðurlagsbroytingar á ymsan hátt í næstan øllum mínum fakum, tí veðurlagskreppan ávirkar alt frá trygdarpolitikki til samfelagsbúskap, samráðingar og rættvísi. Eg havi valt lærugreinar úr ymsum deildum á universitetinum, so eg sameini tað politiska, búskaparliga og landafrøðiliga. Eg havi eisini arbeitt við einum poddvarpi um burðardygd og sum umsetari til eina granskingarverkætlan um demokrati og veðurlagspolitkk á King’s, har eg skrivaði um danska klimaborgaratingið. Á King’s eru fleiri serfrøðingar og granskarar, sum t.d. hava arbeitt við IPCC rapportunum og COP samráðingunum. King’s hevur sett sær fyri at minka um útlátið á universitetinum og gerast net-kolevnis neutral í 2025, sum fleiri hundrað lesandi og starvsfólk nú arbeiða við í ‘KCL Climate Action Network’. Vit hava t.d. gjørt eina valfría lærugrein á netinum um burðardygd, og so hevur King’s tikið allar íløgur úr oljuídnaðinum. Skúlin er beint við síðuna av Royal Court of Justice, har eisini ofta mótmælistiltøk móti t.d. bretsku stjórnini, bankum og oljufeløgum eru. Hvønn dag eru ymisk tiltøk um veðurlagskreppuna runt í London, bæði faklig og listarlig, og hetta fyllir nógv í dagligum samrøðum.

ALLAR TÆR NÝGGJASTU BØKURNAR FINNUR TÚ Í RIT & RÁK

SKANNA MEG RITOGRAK.FO

This article is from: