2 minute read

Hvat er MFS

Fjølnirheiðurin

Tór Marni Weihe, MFS forseti

Advertisement

Filosofi & Russiskt mál og mentanSyddansk Universitet Sum nakað nýtt, so hevur MFS í ár bjóðað lesandi at skriva um sína gransking ella sítt akademiska arbeiði í blaðnum. Við hesum vilja vit geva lesandi ein pall, har tey kunnu royna kreftir við miðlan av akademiskum arbeiði, og ætlanin er at seta pláss av til hetta í bløðunum framyvir. Í MFS hava vit ofta fingið at vita frá lesandi, at tey sakna ein slíkan pall, ið ikki er eitt peer-review tíðarrit, men heldur ikki ein vanligur tíðindaportalur.

Umframt at bestu greinirnar verða prentaðar í blaðnum, so vinnur tann besta greinin Fjølnirheiðurin, ið umframt heiðurin er ein peningagáva á 5.000 kr.

Til at velja millum innkomnu greinirnar, varð ein dómsnevnd sett. Tríggir dómarar sótu í nevndini – ein dómari fyri náttúruvísindirnar, ein fyri hugvísindirnar og ein fyri samfelagsvísindirnar. Uppgávan hjá dómsnevndini var at gera ein fakliga meting av tí innsenda tilfarinum út frá nøkrum metingarstøðum, ið MFS ráðið hevði ásett. Hesi vóru 1) fakligt innihald, 2) miðlan og 3) originalitetur.

•Fyrst og fremst er tað avgerandi, at greinin livir upp til grundreglurnar í akademiskum arbeiðið. Her verður dent lagdur á, at greinin hvílir á einum fakligum grundarlagi og brúkar akademiskt háttalag. • Í øðrum lagi verður dentur lagdur á, at greinin skal vera skrivað soleiðis, at øll kunnu lesa hana – ikki bert tey, ið hava lisið tað sama sum høvundurin. Her verður

v.ø.o. dentur lagdur á, at greinaskrivarin dugir at miðla vísindaligt tilfar til breiða lesaraskarðan. • Triðja metingarstøðið er originalitetur.

Meðan høvuðsdentur í metingini eigur at verða lagdur á tey tvey fyrstu metingarstøðini, so var eisini valt at taka originalitet við sum eitt triðja metingarstøðið. Her verður dentur lagdur á, at greinaskrivarin sýnir evni at hugsa nýtt og sjálvstøðugt.

Í dómsnevndini sótu: Hallbera West, ph.d., adjunktur í stjórnmálafrøði, Fróðskaparsetur Føroya Bogi Hansen, ph.d., havgranskari, Havstovan Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum, Fróðskaparsetur Føroya

Á næstu síðunum ber til at lesa tær tríggjar greinirnar, ið komu inn, eins og eina stutta samrøðu við teir tríggjar høvundarnar, ið sendu greinir inn: Sigrið Leivsdóttir, Ingrid Larsen og Hans Gilstein Petersen. Eisini hava vit prentað brævið frá dómsnevndini til vinnaran av Fjølnirheiðrinum 2022, Sigrið Leivsdóttir, har grundgivið verður fyri, hví valið fall á júst ta greinina.

Vit í MFS takka øllum, ið tóku lut í kappingini um Fjølnirheiðurin, og serliga vilja vit takka dómsnevndini, ið tók sær stundir til at meta um greinirnar og gera viðmerkingar til ábøtur og rættingar.

FJØLNIRHEIÐURIN 2022 Bræv til vinnaran frá dómsnevndini

Til kappingina komu tríggjar greinir. Tær eru allar áhugaverdar, hvør sær; men samstundis eru tær sera ymiskar. Hetta ger úrslitið spennandi; men samstundis merkir tað, at torført er at samanbera tær og velja ein vinnara.

Tá dómsnevndin hóast hetta valdi greinina “Rættvísi í veðurlagskreppuni” til at fáa Fjølnirheiðurin, er tað í fyrsta lagi tí, at hon uppfyllir treytirnar fyri akademiskum arbeiðslagi við góðum keldutilvísingum og greiðari uppseting.

Haraftrat er greinin løtt at lesa hjá vanligum fólki.

Og so er greinin ein sjálvstøðug lýsing av eini av týdningarmestu fortreytunum fyri at venda gongdini í veðurlagskreppuni. Ríki heimurin, sum hevur ábyrgdina av veðurlagsbroytingunum, má hjálpa fátæka heiminum at røkka einum hampiligum livistøði uttan at gera somu mistøkini.

Og Føroyar, sum liggur sera høgt í miðalútláti pr. íbúgva, má skilja, at hetta er ein etiskur trupulleiki.

Hesi viðurskifti verða væl lýst í greinini og vóru grundarlagið undir endaliga valinum.

Vinarliga, Dómsnevndin

Hallbera West, ph.d., adjunktur í stjórnmálafrøði Fróðskaparsetur Føroya Bogi Hansen, ph.d., havgranskari Havstovan

Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum Fróðskaparsetur Føroya

Hoydalsvegur 1 FO-100 Tórshavn Telephone: +298 581205 forseti@mfs.fo www.mfs.fo

This article is from: