Fjølnir 2022

Page 1

Fjølnir 2022 – VEÐURLAGSKREPPAN


Hitt okkum MFS-tilfar á netinum Heimasíðan hjá MFS verður javnan dagførd við tíðindum, greinum og øðrum viðkomandi tilfari. Harafturat liggja myndir frá tiltøkum, sjónbond, plakatir, blaðið „Fjølnir“, sambandsmøguleikar og mangt annað á heima­síðuni.

52

Facebook Fjølnir 2022 Upplag: 1000 Ábyrgdarfólk: Tór Marni Weihe Karla Neslíð Hans Gilstein Petersen Birita Matras Petersen Niels Arge

MFS er eisini at finna á Facebook, har vit lýsa við tiltøkum og størvum og leggja tíðindi og annað viðkomandi tilfar út. Møguleiki er eisini fyri at senda okkum eini boð á Facebook ella ein teldupost til mfs@mfs.fo, um tit hava spurningar um eitthvørt. Vit eita MFS á Facebook, so far inn á Facebook og dáma okkum, og vit eru eisini fegin um at fáa tínar viðmerkingar um okkara virksemi, tiltøk og viðkomandi mál. Sig tína hugsan og ger tína rødd galdandi.

66

12

Leinkja: www.facebook.com/MFStudenta Lýsingar: Ásvør Lognberg Snið og Uppsetan: Føroyaprent Rættlestur: Esther Margreth Petersen Forsíðumynd: Gorm Just Til ársins útgávu av Fjølnir skrivaði MFS út kapping millum lesandi um at sniðgeva forsíðuna. Umframt heiðurin fekk vinnarin eina peningagávu á 5.000 kr. MFS ráðið takkar fyri flottu vinnaramyndina, ið Gorm Just hevur sent inn. Prent: Føroyaprent Útgevari: Meginfelag Føroyskra Studenta Samband: Heimasíða: www.mfs.fo Teldupostur: mfs@mfs.fo Telefon: +298 73 70 80 Blaðið er einans upplýsandi. Broytingar kunnu vera komnar, síðan blaðið varð útgivið. MFS frátekur sær tí alla ábyrgd av møguligum skeivum upplýsingum.

2

Instagram MFS hevur tveir vangar á Instagram.

MFSlesandi er ein vangi, har møguleiki er fyri at fylgja føroyskum lesandi kring knøttin. Á hesum vanganum eru lesandi, sum í myndum og orðum greiða frá sínum lestrarlívi. Um tú fylgir vanganum hjá MFS á Instagram, er møguleiki fyri at síggja, hvat tey ymisku føroysku lesandi takast við. Við jøvnum millumbilum er eisini møguleiki fyri at fylgja føroyingum í teirra arbeiði eftir loknan lestur. MFStudenta er hin vangin hjá MFS. Her kanst tú fylgja við í virkseminum hjá MFS-ráðnum og nevndunum. Alt frá nevndarfundum og tiltøkum til altjóða ráðstevnur verður lagt út á hendan vangan. Fylg okkum á MFSlesandi og MFStudenta.

4 Forseta­frágreiðing 2022 6 Hvat er MFS 7 MFS fordømir russisku innrásina í Ukraina

1. partur

Fjølnirheiðurin 10 12 18 22

3. partur

Náttúruvísindi og gransking 52 Viðbreknu Føroyar 56 Jarðarinnar markvirði 58 „...og veðrið næstu dagarnar:…“

Um Fjølnirheiðurin Rættvísi í veðurlagskreppuni Veðurlagsbroytingar og sálarligar avleiðingar Hugleiðingar um Brint

2. partur

4. partur

Hugvísindi 64 Tað var sera gott 66 Havnará. Kann man skriva um tað?

Politikkur og vinnulív 30 32 36 40 42 44 46

Stutt um COP26 Útlát frá føroyskum fiskiskipum Íløgur skulu úr kolvetnisvinnum How to Weather the Current Climate Storm Vit skula hava eina bindandi veðurlagslóg Tey ungu hugsa grønt Burðardygt Vinnulív

5. partur

Gerandisdagurin 72 At ansa eftir sálarheilsuni mitt í eini veðurlagskreppu

74 Veganskar, umhvørvisvinarligar og lestrarvinarligar uppskriftir

76 Planleggingarástøði IRL

3


Forseta­ frágreiðing 2022 T Tór Marni Weihe, MFS forseti Filosofi & Russiskt mál og mentan Syddansk Universitet

4

að var meiningin, at vit í seinnu helvt av 2021 aftur skuldu fáa ein vanligan gerandisdag – uttan tilmæli og átøk í samband við COVID-19. Tað fingu vit ikki. Gamaní hava vit lagt COVID-19 afturum okkum, men í grundini fóru vit úr øsk­uni í eldin. Nú er kríggj í Evropa, og óviss­an og døpurhugin eru framvegis part­ur av gerandisdegnum. Kanska er hetta bara okkara nýggi veruleiki – at vit áhald­­andi leypa frá eini kreppu til aðra. Veður­lags­ kreppan, ið ársins útgáva av Fjølnir snýr seg um – og sum er ein ómeta­lig hóttan móti okkara felags framtíð – druknar í løtuni í øðrum krepp­um. Vit í MFS hava víst – og vísa áhaldandi – Ukraina og ukrainska fólkinum okkara fulla stuðul. Ikki minst hava tankar okkara verið við okkara samstarvsfeløgum í Megin­felagnum fyri ukrainsk lesandi,

UAS. Russiska innrásin kann ikki og skal ikki góðtakast! Men seta vit kreppurnar í parentes í eina løtu, so er eisini umráðandi at vísa á, at 2021 hevur verið eitt gott MFS ár – í grundini eitt søguligt ár. Í septembermánaða var ein sendi­ nevnd úr European Students’ Union (ESU) í Føroyum, og hitti umboð fyri MFS og okkara samstarvsfelagaðar – Uttanríkisog Mentamálaráðið, Fróðskaparsetrið, Studna, Vegleiðingarstovuna, Ráð teirra lesandi o.s.fr. Nevndin skrivaði síðani eina frágreiðing um ferðina, og staðfesti í síni niðurstøðu, at MFS livdi upp til øll formlig krøv um limaskap í ESU. 25. november vardu vit í MFS okkara umsókn um fullan limaskap umvegis Zoom (fundurin skuldi annars haldast í Timișoara í Rumenia) – og tá avtornaði, so varð umsókn okkara einmælt samtykt!

Veðurlagskreppan, ið ársins útgáva av Fjølnir snýr seg um – og sum er ein ómetalig hóttan móti okkara felags framtíð – druknar í løtuni í øðrum krepp­um.

Hetta er søguligt, og vit eru framvegis ovfarin – og errin – av, at tað er eydnast okkum at fáa fullan limaskap. Nú hava føroysk lesandi á fyrsta sinni eina rødd í Evropa, og vit gleða okkum til at brúka okkara ávirkan í ESU at tala søkina hjá lesandi føroyingum. Árið hevur annars eisini verið merkt av, at vit hava fyrireika okkum til okkara 60-ára føðingardag. Í januar í ár fylti MFS 60 ár, og tað fara vit at há­tíðar­halda seinni í ár, so stay tuned! Vit fara eisini at halda fram við arbeiðinum við veður­ lags­kreppuni, ið sum nevnt er yvir­skriftin á ársins Fjølnir. Tað liggur ein mor­alsk skylda á okkum øllum, í felag at gera okk­ara til tess at loysa veðurlagskreppuna, og í MFS vilja vit ikki, at okkara lutur skal liggja eftir. Tí seta vit sjón­eykuna á kreppuna – ið veruliga skal á dags­kránna sum skjótast – í ársins blaði, og vit fara eisini komandi vikurnar og mánaðirnar at halda fram arbeiði okkara við veðurlagskreppuni. Góðan lesihug! Tór Marni Weihe Forseti

5


YVIRLÝSING:

Hvat er MFS Tór Marni Weihe, MFS forseti Filosofi & Russiskt mál og mentan Syddansk Universitet

Meginfelag Føroyskra Studenta – altíð og uttan undantak stytt MFS – er felagið hjá teimum, ið eru undir hægri útbúgving í Føroyum, og hjá teimum føroyingum, ið eru undir hægri útbúgving í útlondum.

O

kkara uppgáva er at tryggja, at rødd teirra lesandi altíð verð­ur hoyrd. Hugsa um okkum sum fak­felag teirra les­andi. Tá leiðslan á Fróðskapar­s etr­ inum, Menta­mála­ráðið ella onkur annar myndug­leiki ætlar at gera eitthvørt átak, ið ávirkar støðuna hjá lesandi, so tryggja vit, at atlit verða tikin til sjónarmiðini hjá teimum lesandi. Í altjóða høpi er MFS viðurkent á jøvnum føti við lestrarfelagsskapirnar í okkara granna­londum. Tí er MFS viðurkent sam­ ráðingarumboð við føroyskar mynd­ug­ leikar um viður­skifti hjá teimum lesandi. Vit eru eisini hoyringspartur í øllum lóg­ar­ arbeiði, sum ávirkar okkara limir. Vit taka hesa ábyrgd í ramasta álvara og gera altíð okkara ítasta at breiða út kunnleika um og fremja sjónar­miðini hjá teimum lesandi mótvegis politisku skipanini.

Felagsskapurin MFS verður stjórnað av ein­um ráði, ið verður valt á aðal­fund­inum fyri eitt ár í senn. Ráðið er evsta vald millum aðalfundir felags­ins og skipar seg við einum for­seta, varaforseta, fíggjar­stjóra, altjóða skrivara

6

og sam­skiftis- og marknaðar ­f ør­ingar­ stjóra. Ráðið hev­ur fastar nevndir, ið millum annað fáast við altjóða samstarv og politiskt sam­skifti. Harumframt hevur MFS nevnd­ir uttan­ fyri Føroyar (í løtuni í Keyp­manna­havn og Aalborg), eina skipan við ambassdørum, har lesandi fø­royingar eru (t.d. í Póllandi, Íslandi og Norra) – eins og vit samstarva væl við Ráð teirra lesandi (RTL) á Fróð­ skapar­setrinum.

Kom við! Arbeiðið í MFS er sera fjøl­broytt. Vit við­ gera lógaruppskot og skriva hoyrings­svar til politisku skipanina. Vit sam­starva við lestrarfeløg í øllum Evropa um út­búgv­ ing­ar­politisk mál. Vit útgeva blaðið, tú situr við. Vit eru við at skipa fyri alskyns tiltøkum fyri lesandi - so sum Pisudagar, Markleys Út­búgv­ing og Jobmatch. Og so skapa vit trivna og hugna allastaðni, har vit virka. Sum partur av MFS mennir tú nógv­ar før­ leikar, ið kunnu gagna tær seinni í lívinum, um­framt at tað altíð er gott við sjálv­bodnum arbeiði á CV’num.

MFS FORDØMIR RUSSISKU INNRÁSINA Í UKRAINA S

aman við okkara evropeisku samstarvsfeløgum fordøma vit í MFS russisku innrásina í Ukraina. Vit vilja undirstrika og vísa okkara samhaldsfesti við ukrainska fólkinum. Í dag eru tankar okkara serliga við vinum okkara í УАС (Українська асоціація студентів, Meginfelag teirra lesandi í Ukraina), hjá øllum ukrainskum lesandi og øllum teimum, ið virka í ella eru knýtt at útbúgvingarskipanini í Ukraina. Vit heita á føroyska myndugleikar – landsstýri og løgting – í tann mun tað letur seg gera, at hjálpa ukra­inskum

les­­andi, undir­­ vísarum, gransk­ arum og øðrum, ið nú flýggja und­an hern­aðar­­lig­um sam­ an­­brest­um – verið tað við fíggjar­ligari hjálp ella við at bjóðað teimum friðskjól í Fø­royum til støðan batnar.

STATEMENT:

MFS CONDEMNS THE RUSSIAN INVASION OF UKRAINE MFS today condemns the Russian invasion of Ukraine in the strongest possible terms. We stand in solidarity with the Ukrainian people and, as a student union, today our thoughts are with our friends in UAS (Ukrainian Association of Students), all Ukrainian students and everyone involved in the Ukrainian education sector and academia.

We urge the authorities of the Faroe Islands – parliament and executive – to offer Ukrainian students, professors, researchers and others any and all assistance possible, be it financial aid or providing those fleeing a refuge until the situation improves.

7


1.

Fjølnirheiðurin Um Fjølnirheiðurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 Veðurlagsrættvísi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 Veðurlagskreppan og sálarligar avleiðingar . . 18 Hugleiðingar um Brint . . . . . . . . . . . . . . . . 22


FJØLNIRHEIÐURIN

Fjølnirheiðurin FJØLNIRHEIÐURIN 2022

Bræv til vinnaran frá dómsnevndini

S Tór Marni Weihe, MFS forseti Filosofi & Russiskt mál og mentan Syddansk Universitet

um nakað nýtt, so hevur MFS í ár bjóðað les­andi at skriva um sína gransking ella sítt akademiska arbeiði í blaðnum. Við hesum vilja vit geva lesandi ein pall, har tey kunnu royna kreftir við miðlan av akademiskum arbeiði, og ætlanin er at seta pláss av til hetta í bløðunum framyvir. Í MFS hava vit ofta fingið at vita frá lesandi, at tey sakna ein slíkan pall, ið ikki er eitt peer-review tíðarrit, men heldur ikki ein vanligur tíðindaportalur. Umframt at bestu greinirnar verða prent­ aðar í blaðnum, so vinnur tann besta grein­ in Fjølnirheiðurin, ið umframt heiðurin er ein peningagáva á 5.000 kr. Til at velja millum innkomnu grein­irnar, varð ein dómsnevnd sett. Tríggir dóm­ar­ar sótu í nevndini – ein dómari fyri nátt­úru­vís­ ind­irnar, ein fyri hugvísindirnar og ein fyri sam­ felagsvísindirnar. Uppgávan hjá dóms­nevndini var at gera ein fakliga meting av tí innsenda tilfarinum út frá nøkrum met­ingar­støðum, ið MFS ráðið hevði ásett. Hesi vóru 1) fakligt innihald, 2) miðlan og 3) originalitetur.

Fyrst og fremst er tað avgerandi, at greinin livir upp til grundreglurnar í akademiskum arbeiðið. Her verður dent lagdur á, at greinin hvílir á einum fakligum grundarlagi og brúkar akademiskt háttalag. Í øðrum lagi verður dentur lagdur á, at greinin skal vera skrivað soleiðis, at øll kunnu lesa hana – ikki bert tey, ið hava lisið tað sama sum høvundurin. Her verður

v.ø.o. dentur lagdur á, at greinaskrivarin dugir at miðla vísindaligt tilfar til breiða lesaraskarðan. Triðja metingarstøðið er origi­nali­tet­ur. Meðan høvuðs­dentur í met­ing­ini eigur at verða lagdur á tey tvey fyrstu met­­ing­ar­støð­ ini, so var eisini valt at taka originalitet við sum eitt triðja metingar­støðið. Her verður dentur lagdur á, at greinaskrivarin sýnir evni at hugsa nýtt og sjálvstøðugt.

Í dómsnevndini sótu: Hallbera West, ph.d., adjunktur í stjórn­mála­ frøði, Fróðskaparsetur Føroya Bogi Hansen, ph.d., havgranskari, Havstovan Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum, Fróð­skaparsetur Føroya

Til kappingina komu tríggjar greinir. Tær eru allar áhugaverdar, hvør sær; men samstundis eru tær sera ymiskar. Hetta ger úrslitið spennandi; men samstundis merkir tað, at torført er at samanbera tær og velja ein vinnara. Tá dómsnevndin hóast hetta valdi greinina “Rættvísi í veðurlagskreppuni” til at fáa Fjølnirheiðurin, er tað í fyrsta lagi tí, at hon uppfyllir treytirnar fyri akademiskum arbeiðslagi við góðum keldutilvísingum og greiðari uppseting. Haraftrat er greinin løtt at lesa hjá vanligum fólki. Og so er greinin ein sjálvstøðug lýsing av eini av týdningarmestu fortreytunum fyri at venda gongdini í veðurlagskreppuni. Ríki heimurin, sum hevur ábyrgdina av veðurlagsbroytingunum, má hjálpa fátæka heiminum at røkka einum hampiligum livistøði uttan at gera somu mistøkini. Og Føroyar, sum liggur sera høgt í miðalútláti pr. íbúgva, má skilja, at hetta er ein etiskur trupulleiki. Hesi viðurskifti verða væl lýst í greinini og vóru grundarlagið undir endaliga valinum.

Á næstu síðunum ber til at lesa tær tríggjar greinirnar, ið komu inn, eins og eina stutta sam­røðu við teir tríggjar høvundarnar, ið sendu greinir inn: Sigrið Leivsdóttir, Ingrid Larsen og Hans Gilstein Petersen. Eisini hava vit prentað brævið frá dómsnevndini til vinn­ aran av Fjølnirheiðrinum 2022, Sigrið Leivs­ dóttir, har grundgivið verður fyri, hví valið fall á júst ta greinina. Vit í MFS takka øllum, ið tóku lut í kappingini um Fjølnirheiðurin, og serliga vilja vit takka dómsnevndini, ið tók sær stundir til at meta um greinirnar og gera viðmerkingar til ábøtur og rættingar.

Vinarliga, Dómsnevndin Hallbera West, ph.d., adjunktur í stjórnmálafrøði Fróðskaparsetur Føroya Bogi Hansen, ph.d., havgranskari Havstovan Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum Fróðskaparsetur Føroya

Hoydalsvegur 1 FO-100 Tórshavn Telephone: +298 581205 forseti@mfs.fo www.mfs.fo

10

11


FJØLNIRHEIÐURIN

Rættvísi í veðurlags­ kreppuni Umhvørvis- og veðurlagsrættvísi

Sigrið Leivsdóttir BA Altjóða Viðurskifti (International Relations) á King’s College London

Á veðurlagsráðstevnuni hjá Sameindu Tjóð­um (ST), COP261, í Glasgow í Novem­ber 2021, segði 25 ára gamli aktivisturin, Van­essa Nakate, úr Uganda í røðu síni at „1,2 °C er longu helviti fyri okkum. Tað er longu oyði­legging. Tað er longu líðing.“ 2 Nak­ate er vorðin slóðbrótari fyri veður­lags­rætt­vísi. Hóast londini í Afrika søguliga einans standa fyri 3% av heimsins útláti av vakstar­hús­gassum, er Afrika tann heims­parturin, ið er harðast raktur av veður­lags­broytingum. 3 Samstundis eru fleiri av teimum londunum, sum beint nú merkja heilt lítið til veðurlagsbroytingar, tey, sum søguliga hava dálkað mest. Hesin mun­urin altjóða og hetta órættvísi hevur birt í rørsluna fyri veðurlags- og um­hvørvis­rætt­vísi. Tá veðurlagsbroytingar longu eru sjón­ligar, kann heitið á rørsluni ‘Fridays for Future’, sum byrjaði í 2018, tykjast eitt sindur villeiðandi. Tá vit siga ‘Fríggjadagar Fyri Framtíð’ kann tað hava við sær, at vit halda, at veðurlagskreppan er nakað hypo­tetiskt og abstrakt í framtíðini. „Vit mugu hugsa um okkara børn og barna­børn“ hoyra vit ofta. Men tað snýr seg ikki einans um okkara framtíð, ella fram­tíð­ina hjá okkara børnum og eftir­kom­arum. Tað snýr seg eisini um tey, sum upp­liva veðurlagsbroytingar beint nú. Tey sum hava mist sítt heim vegna náttúru­van­lukkur; tær milliónirnar av fólki, sum noyð­ast at flýggja frá heimi sínum; tey sum stríðast við turka og hita; tey sum arbeiða í landbúnaði og missa sína avgrøði vegna veður­lags- og umhvørvisbroytingar. Tað snýr seg sjálvandi eisini um tey manna­rætt­indi, sum beint nú vera brotin í veð­ur­lags­kreppuni, til dømis rættindi til at hava góð lívskor, at hava sítt egna heim og grund­leggjandi rættindi til reint vatn, mat, heilsu og útbúgving.

1

Veðurlags­rættvísi knýtir manna­rætt­ indi og menning saman í einum sjón­ar­miði, sum miðsavnar menniskjað, verjir rættindi hjá teimum mest viðkvomu og deilir byrðuna av veðurlagskreppuni á rætt­vísan og óvildarligan hátt“.

COP stendur fyri Convention of Parties og er árlig ráðstevna um veðurlagsbroytingar, bygd á skipanina í millumtjóðasáttmálanum hjá ST um veðurlagsbroytingar (UNFCCC). Tann fyrsta ráðstevnan var í Berlin í 1995. Vegna Covid19 var ráðstevnan í 2020 avlýst, og tann í Glasgow í 2021 var tískil nummar 26. 2 African Business. Vanessa Nakate takes an African voice to Cop26, November 6, 2021. https://african.business/2021/11/energy-resources/cop26-ugandasvanessa-nakate-brings-an-african-voice-to-the-climate-crisis/ 3 African Development Bank Group. Climate Change in Africa, 2020. https://www.afdb.org/en/cop25/climate-change-africa

12

Fyrrverandi írski forsetin og leiðarin fyri sam­ráð­ing­um um veðurlagsbroytingar, Mary Rob­in­son, hevur í fleiri ár arbeitt við rættvísi í veður­lags­kreppuni, og var ein av teimum fyrstu at kjakast um tað í ST. Í sínum arbeiði hevur hon møtt sera nógvum fólkum, ið leingi hava livað við ávirkanum av veðurlagsbroytingum og sum hava roynt at skundað undir arbeiðið hjá ST móti veðurlagsbroytingum. Í bók síni Climate Justice hevur hon skrivað um persónligar upplivingar hjá nøkrum av hesum fólkunum, millum annað bóndur, ið eru noyddir at flýggja undan turki, fam­ iljur, ið flyta undan vatnflóð og forsetar, ið royna at sameina sína tjóð hóast land teirra er á veg undir vatnskorpuna. Mary Robinson lýsir veðurlagsrættvísi so­leiðis: „veðurlags­rættvísi knýtir manna­ rætt­indi og menning saman í einum sjón­ ar­miði, sum miðsavnar menniskjað, verjir rættindi hjá teimum mest viðkvomu og deilir byrðuna av veðurlagskreppuni á rætt­vísan og óvildarligan hátt“.4 Tað grundleggjandi í rørsluni fyri veður­ lagsrættvísi er, at tey, sum verða harðast rakt av veðurlagsbroytingum eru tey, sum hava staðið fyri minsta partinum av út­lát­ inum av vakstrarhúsgassum, sum partvís hevur elvt til veðurlagskreppuna. Tað snýr seg eisini um atgongd til rættarligt rætt­ vísi.5 Harumframt er talan um sosialt rætt­ vísi, tí fleiri av teimum londunum, sum eru harðast rakt av veðurlagsbroytingum, eru longu fátøk og viðbrekin. Í 2020 vóru 80% av øllum friðarvarðveitandi sendi­ nevndunum hjá ST í londum, sum eru í stór­um vanda fyri veðurlagsbroytingum.6 Sam­b ært ST kann veðurlagskreppan herða kríggj og gera spenning verri.7 Har­ um­framt er tjóðarbúskapurin og livistigið hjá íbúgv­unum í stóran mun bundið av at­gongd til nátúrligt tilfeingi í fleiri av lond­unum, sum eru harðast rakt av veður­ lags­broytingum. Hetta merkir, at veðurlagskreppan grund­leggj­andi er ein manna­rættinda­ spurn­ing­ur. Veðurlagskreppan er fløkjaslig og marg­ fald­að við óendaligum fylgisskaðum. Í okk­ara globaliseraða heimi eru slíkir

Climate Change Vulnerability Index 2017

Mynd 1: eitt mát fyri viðkvæmi mótvegis veðurlagsbroytingum.

trupul­leik­ar bundnir saman, og tá veður­ lags­broyt­ing­ar ávirka smá samfeløg aðra­ staðni, so kann tað elva til sveiggjandi prísir fyri til­feingi sum t.d. mat og olju heima hjá okk­um. Beinleiðis avleiðingar ávirka heldur ikki øll heimsins menniskju eins. Hóast veðurlagskreppan er heimsfevnandi, so eru avleiðingar av veðurlagsbroytingum ógvu­sligari summastaðni enn aðrastaðni. Serliga er tað tann parturin av Jørðini, ið hevur tropiskt veðurlag, sum er harðast raktur. Hetta vísir váðagreiningin Climate Change Vulnerability Index (mát fyri við­ kvæmi mótvegis veðurlagsbroytingum) frá 2017 væl, og er hetta týðiligt á heims­ kortinum niðanfyri (mynd 1).8 Reyði liturin merkir, at landið er í serliga høgum vanda fyri veðurlagsbroytingum, og her síggja vit týðiliga, at hetta serliga er galdandi fyri lond í Afrika.

Ójavni í útláti av vakstrarhúsgassum Hóast veðurlagskreppan er ein avleiðing av menniskjaskaptum virksemi, so er tað ikki virksemi hjá øllum av heimsins menn­ iskjum, ið hevur ávirkað hetta líka nógv. Frágreiðingin Confronting Carbon In­eq­ ual­ity (Stríðið móti kolevnisójavna), sum manna­rætt­inda­felagsskapurin, Ox­fam, gav

út í 2020, vísir hvussu veður­lags­kreppan er knýtt at heims­fevnandi sosialum og búskapar­ligum ójavna og órættvísi.9 Oxfam og Stockholm Environment Insti­t­ute hava granskað, hvussu búskapar­ ligur ójavni avspeglar mismun í útláti av vakstr­ar­h ús­g assum millum heimsins borg­arar. Í tíðar­skeið­inum frá 1990 til 2015 vaks árliga út­látið av vakstrarhúsgassum 60%, og í hes­um tíðarskeiði verður mett, at: Tey ríkastu 10% av fólkunum í heiminum (umleið 630 milliónir fólk) stóðu fyri 52% av samlaða útlátinum Tey ríkastu 1% (umleið 63 milliónir fólk) stóðu fyri 15% av samlaða útlátinum Tey fátækastu 50% av heimsins íbúgv­ um (umleið 3,1 milliardir fólk) stóðu einans fyri 7% av samlaða útlátinum Tey ríkastu 5% (umleið 315 milliónir fólk) stóðu fyri yvir einum triðingi (37%) av saml­ aða vøkstrinum av vakstrarhús­gassum Samlaði vøksturin í útláti hjá teimum ríkastu 1% var tríggjar ferðir hægri enn tað hjá teimum fátækastu 50% Ójavna útlátið av vakstrarhúsgassum er eyðsýnt í sokallaða ‘dinosaura diagramm­ inum’ (mynd 2), sum lýsir munin á útláti ríkastu og fátækastu heimsins íbúgvar og munin millum samlaða nýtsluútlátið frá 1990 til 2015.10

4 Mary Robinson Foundation. The Geography of Climate Justice: An Introductory Resource, 2011. https://www.mrfcj.org/pdf/Geography_of_Climate_Justice_Introductory_Resource.pdf 5 Martinez-Alier, J, et al. Is there a global environmental justice movement?, The Journal of Peasant Studies, 2016, 43:3, 731-755. 6 Krampe, F. SIPRI: Why United Nations peace operations cannot ignore climate change, 2021. https://www.sipri.org/commentary/topical-backgrounder/2021/why-united-nationspeace-operations-cannot-ignore-climate-change 7 UN, C. &. E. Climate change recognized as ‘threat multiplier’, UN Security Council debates its impact on peace, 2019. https://news.un.org/en/story/2019/01/1031322 8 Maplecroft. Climate change vulnerability index 2017. https://reliefweb.int/sites/reliefweb.int/files/resources/verisk%20index.pdf 9 Oxfam. Confronting Carbon Inequality: Putting climate justice at the heart of the COVID-19 recovery, 21 September 2020. https://www.oxfam.de/system/files/documents/20200921confronting-carbon-inequality.pdf 10 GG: her er dentur lagdur á útlát frá einstaklingum og ikki frá fyritøkum og londum.

13


FJØLNIRHEIÐURIN

Sigrið Leivsdóttir 23 ár, lesi BA Altjóða Viðurskifti (International Relations) á King’s College London. Hví valdi tú at lesa Altjóða Viðurskifti í London?

Mynd 2: ‘Dinosaura-diagrammið’ við ójøvnum vøkstri av koltvísúrnisútláti.

Altjóða munurin á útláti av vakstrar­ húsgassum er niðanfyri vístur á einum heims­korti hjá Our World in Data, har tey við hægsta útlátið eru reyð, meðan tey við lægsta eru ljós. Samanbering við Mynd 1 vísir týðiliga, at tey londini, sum eru harðast rakt av veðurlagsbroytingum, eru tey londini, sum hava lægst útlát av kolt­vísúrni per íbúgva.11 Hesi bæði heimskortini vísa skeivleikan mill­um tey, ið hava størstu ábyrgd av útlát­inum av koltvísúrni og tey, ið merkja ógvu­slig­astu avleiðingarnar av veður­lags­ krepp­uni. Ríkidømi og forbrúk í vest­ur­ heim­inum er týðandi hægri enn í menn­ ingar­lond­unum. Tað verður mett, at í 2050 kunnu millum 25 milliónir og ein mill­iard menniskju hava mist heim sítt vegna veður­lags­broyt­ingar (stóra óvissan í hesi met­ing­ini avspeglar, at tað eru sosial, bú­skapar­lig og umhvørvislig viðurskifti í sam­bandi við fólkaflyting, sum gera tað rætt­iliga torført at eyðmerkja veður­lags­ broyt­ingar sum høvuðsorsøkina til at menn­iskju gerast flóttafólk).12 Í kjakinum um rættvísi í veðurlagskreppuni eru av­ mark­ing og til­lag­ing grund­leggjandi hug­tøk. Av­marking merkir, at vit royna at av­marka veður­lags­broyt­ing­ar, til dømis við at minka um nýtsl­una av kolvetni. Til­lag­ing merkir, at vit tillaga umstøð­urnar til at gera tað meira liviligt við teimum veð­ur­lags­ broyt­ing­um, ið eru, og sum eru í væntu. Spurn­ing­ur­in um rætt­vísi noyðir okk­um ikki at velja ein av hesum møgu­leik­un­um;

har­aftur­ímóti er veður­lags­rætt­vísi bygt á eina sam­eining av báðum.

Hvat so? Veðurlagkreppan reisir nógvar búskapar­ ligar, løgfrøðiligar og grund­leggj­andi heim­spekiligar og etiskar spurningar um sam­bandið millum menniskju, samfelag og náttúru. Veðurlagsbroytingar eru nátt­ úru­vísinda­ligar, ja. Men samstundis snýr veður­lags­kreppan seg um politikk, vald og sam­ráðingar. Lógir, mannarættindi og

rættvísi. Javnstøðu, pengar og forbrúk. Sum eitt av heimsins ríkastu londum hava vit mill­um heimsins størstu útlát av kol­ tví­súrni per íbúgva. Tískil hava vit eina ábyrgd. Samstundis eiga vit at steðga við ein­ans at tosa um framtíðina, tá vit kjak­ast um veður­lags­krepp­una. Tað snýr seg ikki einans um fram­tíðina hjá okkara børn­um ella barna­børnum; tað snýr seg sjálv­sagt eisini um tey, sum mugu liva við veður­lags­krepp­uni í dag.

London er ein fjøl­mentan­ar­ ligur høvuðs­staður og er ein savn­ingar­staður fyri mentan, tónleik, list, gastro­nomi, film, vinnu og altjóða politikk.

Hvat er tað besta við at lesa í London?

Source: OWID based on CDIAC; Global Carbon Project; Gapminder & UN

Mynd 3: Útlát av koltvísúrni per íbúgva í 2017

11 Ritchie, H & Roser, M. Our World in Data: CO₂ and Greenhouse Gas Emissions. https://ourworldindata.org/co2-and-other-greenhouse-gas-emissions 12 International Organization for Migration (IOM), 2014. IOM Outlook on Migration, Environment and Climate Change. Geneva: IOM. Available from: https://publications.iom.int/system/ files/pdf/mecc_outlook.pdf.

14

Eg valdi at lesa altjóða viðurskifti, tí tað er ein tvørvísindalig og breið útbúgving, og eg var áhugað í at læra meira um samfelagsfrøði, sosio­ logi og søgu í altjóða høpi. Eg valdi faktisk mína útbúgving, meðan eg fjakkaði í Suðurasia og Mið­eystri, í londum, sum eru ávirkað av ógvu­slig­ um ójavna og stríði, har eg gjørdist sera áhugað í altjóða politikki og búskapi. Eg vildi fegin vera í einum altjóða lestrarumhvørvi og royna okkurt annað enn at lesa og búgva í Keypmannahavn, og mær dámar betri at tosa enskt enn danskt. Eg hevði verið í London nakrar ferðir, og mær dámdi væl býin. King’s er eitt ógvuliga gott universitet innan altjóða viðurskifti, og eg væntaði als ikki, at eg fór at sleppa inn, men eg royndi allíkavæl og hugsaði, at eg ikki skuldi verða kedd, um eg ikki slapp inn. Tá eg so slapp inn, gjørdist eg rættiliga spent at royna nakað fullkomiliga øðrvísi, tí tað er jú ein stór broyting at flyta úr Kollafirði til London.

London er ein fjølmentanarligur høvuðsstaður og er ein savningarstaður fyri mentan, tónleik, list, gastronomi, film, vinnu og altjóða politikk. Her savnast fólk frá allastaðni í heiminum, og tað merkist væl, at London er ein av størstu býum í Evropa. Á King’s eru yvir 150 tjóðskapir, sum ger, at mann møtir fólki av ymiskum uppruna, átrúnaði, máli og mentan, og soleiðis fær man møguleika at skilja fólk, sum hava heilt øðrvísi bakgrund enn ein sjálvur. Eg haldi heilt víst, at hetta mentanarliga margfeldi og fjølbroytni ger býin heilt serligan, og tað verður eisini nógv meira áhuga­vert, um man møtir fólki við forvitni heldur enn fordómum, tí man finnur útav, at man hevur nógv til felags við onnur. Tað er eisini spennandi at uppliva aðrar mentanir, til dømis havi eg feirað Hanukkah, Thanksgiving og Día de los Muertos, og so havi eg floksfelagar úr t.d. Tahiti, Madagaskar og Nýkaledonia. Samstundis halda tey eisini, at tað er serligt at hava ein føroying í flokkinum, sum eisini er nokk so skeg. Av tí at London er ein so stórur býur, er lestrarumhvørvið ikki líka miðsavnað sum í smærri universitetsbýum. Mítt campus er á Strand, sum er mitt í býnum, so hetta merkir, at her altíð hendir okkurt beint 15


FJØLNIRHEIÐURIN

Í Bretlandi fokuserar man rættiliga nógv uppá at læra at hugsa kritiskt og sjálvstøðugt, og tað dámar mær rættiliga væl.

SKANNA MEG RITOGRAK.FO

ALLAR TÆR NÝGGJASTU kolonialismu, tí tað er týdningarmikið at taka søgulig sjónarmið við, tá man greinar altjóða politikk í dag; fyri at royna at skilja, hvussu vit endaðu her, sum vit eru beint nú. So tað er til tíðir ein rættiliga hørð og hugtyngjandi útbúgving, men samstundis ógvuliga viðkomandi. Vit kjakast nógv um samtíðarevni, og mótmælisrørslur sum Black Lives Matter, MeToo og Fridays for Future hava verið nógv frammi í London í seinastuni – so tað er spennandi at lesa her beint nú!

uttanfyri skúlan, og man keðir seg ongantíð. Men man má so eisini læra seg at sleppa av við FOMO, ‘fear of missing out’.

Hvat innan tína útbúgving hevur tín størsta áhuga? Kanst tú greiða stutt frá hesum? Tað, sum mær dámar mest við míni útbúgving er, at vit læra um altjóða viðurskifti gjøgnum ógvuliga ymisk sjónarmið og vísindagreinar, so sum politiska filosofi, søgu, samfelagsbúskap, trygd­ar­p olitikk, mannfrøði og sosiologi. Mín út­búgving er á Faculty of Social Science and Public Policy og Department of War Studies, sum hevur eina av heimsins størstu samling av akademikarum, sum eru spesialiserað innan kríggj, konfliktir ogterrorismu í altjóða politikki. Tað merkir eisini, at okkara professarar eru ser­ frøðingar innan tær lærugreinar og evni, sum vit hava um, og ofta hava vit vitjan av til dømis diplo­ matum og granskarum. Í Bretlandi fokuserar man rættiliga nógv uppá at læra at hugsa kritiskt og sjálvstøðugt, og tað dámar mær rættiliga væl. Vit sleppa sjálvi at velja lærugreinar, sum ger, at man sleppur at byggja sína persónligu útbúgving – so tað er eingin annar í flokkinum, sum hevur akkurát tær somu lærugreinarnar sum eg. Tá man lesur altjóða viðurskifti, sleppur man ikki undan at læra nógv um t.d. kríggj og

Hvussu nógv fyllir veðurlagskreppan á tínari útbúgving/í lestrarumhvørvinum?

BØKURNAR FINNUR TÚ Í RIT & RÁK

Veðurlagsbroytingar fylla nógv í mínari út­búgv­ ing og á King’s og í London sum heild. Í míni út­búgving havi eg lært um veðurlagsbroytingar á ymsan hátt í næstan øllum mínum fakum, tí veðurlagskreppan ávirkar alt frá trygdarpolitikki til samfelagsbúskap, samráðingar og rættvísi. Eg havi valt lærugreinar úr ymsum deildum á uni­versi­tetinum, so eg sameini tað politiska, bú­skapar­liga og landafrøðiliga. Eg havi eisini arbeitt við einum poddvarpi um burðardygd og sum umsetari til eina granskingarverkætlan um demokrati og veðurlagspolitkk á King’s, har eg skrivaði um danska klimaborgaratingið. Á King’s eru fleiri serfrøðingar og granskarar, sum t.d. hava arbeitt við IPCC rapportunum og COP samráðingunum. King’s hevur sett sær fyri at minka um útlátið á universitetinum og gerast net-kolevnis neutral í 2025, sum fleiri hundrað lesandi og starvsfólk nú arbeiða við í ‘KCL Climate Action Network’. Vit hava t.d. gjørt eina valfría læru­grein á netinum um burðardygd, og so hevur King’s tikið allar íløgur úr oljuídnaðinum. Skúlin er beint við síðuna av Royal Court of Justice, har eisini ofta mótmælistiltøk móti t.d. bretsku stjórnini, bankum og oljufeløgum eru. Hvønn dag eru ymisk tiltøk um veðurlagskreppuna runt í London, bæði faklig og listarlig, og hetta fyllir nógv í dagligum samrøðum.

Veitst tú, at tú kanst bíleggja allar bøkur frá okkum? Tað er bæði skjótt og ómakaleyst. 16


FJØLNIRHEIÐURIN

Veðurlags­ broytingar og sálarligar avleiðingar S Ingrið Larsen Sálarfrøði á Aalborg Universitet Aalborg

18

ambært Millumtjóða Veður­lags­ nevnd­ini hjá Sameindu Tjóðum (Unit­ ed Na­tions’ Intergovern­mental Panel on Cli­m­ate Change, IPCC) er veð­ur­lags­krepp­ an veru­leiki. Í sættu meting teirra verð­ ur stað­fest, at veðurlagsbroytingar óivað eru til, og menniskjan hevur ábyrgdina (IPCC, 2021). Umframt a­v leið­ing­ar fyri nátt­úr­una, eru sálar­ligu av­leið­ing­ar­nar í hes­um høpi eitt støðugt vaks­andi evni inn­an gransking. Longu nú er í høv­uðs­ heit­­um semja um, at hetta er ein trupul­ leiki (Brown, White & Nicholas, 2020, p. 1). Í hesi grein er ætlanin at greiða frá sál­ar­ ligu av­leið­ing­unum, við støði í pýra­midu Mas­lows um menn­iskj­­unn­ar tørv­ir, um­ framt hugtøkunum veður­lags­angist og sol­ast­algia. Ástøðingurin Abraham Maslow legði í 1943 fram ein frymil fyri menniskjunnar tørvir, ið avmyndast sum ein pyramida við trimum stigum. Niðast eru kropsligir tørvir og tørvurin á tryggleika. Likam­ligar tørvir kunnu vera tosti, svongd, svøvn­ ur, osf. Tørvurin á tryggleika kann lýsast sum at man t.d. hevur nøktandi fíggjar­ viðurskifti, eitt nøkt­andi starv og at man

býr í einum tryggum umhvørvi. Hesir tørvir eru grundleggjandi fyri at menn­ iskjan kann liva. Síðani koma sálarfrøðiligu tørvirnir. Sálarfrøðiligir tørvir kunnu t.d. vera at passa inn sosialt, at verða vird/ur og at hava nóg mikið av sjálvsvirði. Ovast í pýramiduni er sjálv­bún­ingartørvurin, sum einans ber til, um hini løgini í pyramiduni eru nøktað. Sjálvbúning kann lýsast sum, at man kann savna seg um at mennast persónliga (Poston, 2009, pp. 347-352). Í hesi grein verður denturin lagdur á tvey tey niðastu stigini, tí at eg meti tey mest viðkomandi fyri hetta evnið.

Í hesi grein er ætlanin at greiða frá sál­ar­ligu av­leið­ ing­unum, við støði í pýra­ midu Mas­lows um menn­ iskj­­unn­ar tørv­ir, um­framt hugtøkunum veður­lags­ angist og sol­ast­algia.

(Poston, 2009, p. 348)

Veðurlagskreppan hevur beinleiðis ávirkan á grund­leggjandi tørvir okkara. Sjóv­ar­málin hækk­ar, hitastigini økjast, luftin dálkast av CO2 út­láti og veðurlagið gerst sum heild ógvisligari (Brown et. al., 2020, p. 1). Hesar broytingar eru ser­liga vandamiklar fyri menniskju, sum liva í fá­tæk­r a­dømi, ofta í menningarlondum og eru lut­fals­liga nógv tengd at egnum grøðum. Av­grøðir­nar, ið eru treytaðar av veður­lagnum, eru av alstórum týdningi, tí burturúr teimum fæst bæði føði og inntøka. Um tær, orsakað av veður­lagsbroyt­ingum, gerast knappar, kann tað í summ­um førum elva til óvissa inntøku og hung­urs­neyð. Harafturat kunnu ógvisligu veður­lags­broytingarnar elva til materiellar skaðar (Brown, et. al., 2020, p. 1), sum t.d. at hús og heim ferst, hetta umframt skaða á týdningarmikil sam­felags­lig kervir. Umstøðurnar gerast altso ótrygg­ar. Veður­lagskreppan kann sostatt hótta nið­asta lag í pýramiduni, altso grundleggjandi likam­ligar tørvir og tryggleika. Eisini kunnu oman­f yri­standandi ótryggu umstøður elva til sálar­sjúk­ur, sum t.d. PTSD, angist, órógvaðan svøvn, osf. Hetta hevur uttan iva neiliga ávirkan á lívs­ góðsku menniskjanna (Brown et. al., 2020, p. 2f). Føroyingar merkja ikki veðurlagskreppuna á sama hátt, sum lýst omanfyri. Avleiðingarnar eru meira óbeinleiðis og kunnu t.d. vera, at tað gerst torført at fáa fatur á vørum, sum ikki kunnu framleiðast í landinum, um avgrøðir verða oyði­ lagdar av eitt nú turki, yvirflóð, osf. Føroyingar kunnu fara at mangla týdningarmiklar vørur og eru sostatt tengdir av at londini, ið veita slíkar vørur, sleppa heilskapað í gjøgnum veður­lags­

kreppuna. Ein meira beinleiðis avleiðing av veður­lags­kreppuni er, at hitin í sjónum økist, og so­statt broytast fyri­treytirnar fyri føroysku fiski­vinnuna, ið er høvuðs­vinnan í landinum. Eitt nú skrivar Føroya Náttúru- og Umhvørvis­ vernd­ar­felag at orsøkin, at tosk­urin á Føroya Banka ikki kemur fyri seg aftur, er økti hitin í sjónum. Her er also ein ítøkiligur vandi at missa henda góða bankafisk (Müller, 2021a). Í versta føri kann broytingin í sjóhita elva til partvíst ella fult fiskiloysi yvirhøvur, har ein væntandi fylgja fer at vera munandi lægri inntøkur til føroyska sam­felagið. Niðasta lagið í pýramiduni kann tískil eisini vera hótt hjá okkum føroyingum, men á ein meira óbeinleiðis hátt enn hjá fólkum í menn­ing­ar­londum, ið m.a. liva beinleiðis av egnum avgrøðum. Av áður nevndu sálarligu avleiðingum kann angist í smb. við veðurlagskreppuna útgreinast meira, m.a. solastalgia og veðurlagsangist. Sol­ ast­algia kann lýsast sum strongd, ið kemst av broyt­ingum og niðurbróting av sínum heima­um­ hvørvi. Hetta fyribrigdið gerst serliga umráð­andi í nútíðini, har veðurlagsbroytingar gerast alsamt vanligari. Omanfyri eru nakrar avleið­ingar fyri heima­um­hvørvið lýstar, men har­aftur­at kann nevnast niðursett góðska á mat­vøru og vatni, skógareldar, avleiðingar fyri flutn­ings­kerv osf. (Brown et. al., 2020, p. 1). Man kann tískil fáa sol­ astalgia av nógvum yms­um broyt­ingum, men felags er, at tær hava neiliga ávirkan á um­støð­ urnar, hjá tí einstaka. Strongd er torfør at fáa bilbugt við, og kann tað gerast trupult at søkja sær hjálp, um ein t.d. heldur verður noyddur at brúka orku upp á at basa materiellu trupul­ leikunum, ið standast av veðurlags­kreppuni. Umframt solastalgia er veður­lagsang­ist eisini viðkomandi fyri hetta evnið. Veður­lags­ang­ist er stúran og óvissa um broyt­ing­ar í egnum um­ hvørvi, sum kunnu elva til kensl­ur av mistum tamar­haldi. Veðurlagskreppan er ein av størstu krepp­unum, ið heimurin hevur sæð, og serliga hjá ungum kann hetta fylla nógv. Tað kann vísa seg sum t.d. tankameldur um framtíðina, um man sum einstaklingur ger nóg mikið, umframt

19


FJØLNIRHEIÐURIN

skuldarkenslur (Brown et. al., 2020, p. 1). Veður­ lags­angist kann kykna í kjalar­vørrinum av ótrygg­ um umstøðum og solastalgia, men kann eis­ini taka seg upp um man bert hevur vitan um veður­ lagskreppuna. Tilveran kann gerast vónleys, tí um umstøðurnar ikki eru tryggar, kunnu útbúgving, búskapur og yrkisleið kennast týdningsleyst. T.d. kann vitan um omanfyristandi vandar elva til stúran, sum kann gerast til angist. Ógvisliga veðrið kann í sær sjálvum eisini ræða hin ein­ staka, tí man áður hevur sæð, hvussu vandamikið tað kann gerast. Solastalgia og veðurlagsangist kann elva til tanka­meld­ur um egnan lut í mál­inum um veður­lags­krepp­una og kunnu gerast køvandi, tí í roynd og veru ræður tað eisini um lutin í lívið sínum – Hvussu verður búskapurin í Føroyum, um fiski­skapurin minkar munandi? Hvussu skal tryggi gerandisdagurin halda fram, um trot verður á týdningarmiklum vørum til grundleggjandi tørvir í menningarlondunum, ið vit eru bundin at? Um Føroyar ikki eru búskaparliga trygg­ar og ikki ber til at fáa fatur á slíkum vørum, hvussu skal hin einstaki so kunna hugsavna seg um nakað annað enn avleiðingarnar av tí? Verður úrslitið ein búskaparlig afturgongd, ið fær avleiðingar fyri føroyska samfelagið sum heild? Slíkir tankar kunnu mala í huganum á før­oy­ing­um, sum kunnu elva til angist, sum hótt­ir sálarligu heilsuna. Serliga eru sálarliga veik og fátøk í størri vanda at fáa veðurlagsangist og solastalgia. Hesi fyribrigdini tyngja uttan iva sálarheilsuna, og gera tað torført at nøkta sálarfrøðiligu tørvirnir í pyramiduni. Stuðul frá vinum, familju og sálarfrøðilig hjálp kann veita heilsubót, men tað krevur at hin rakti leitar sær hjálp, ella at avvarðandi traðka til (Brown et. al. 2020, p. 3). Granskingar peika á, at veðurlagsbroytingar ger­ast alsamt størri ár fyri ár og ávirka allan heim­in (IPCC, 2021). Veðurlagskreppan er so­ statt viðkomandi fyri allar heimsins íbúgvar, sum lýst omanfyri. Heimsins leiðarir eru tilvitaðir um

støðuna og leggja íløgur í eina grønari fram­ tíð. T.d. legði danska ríkisstjórnin 38 átøk fram, ið skulu slóða fyri innan landbúnað, flutn­ing, skipaferðslu, vinnu og bústaðir og hon ynskir at gerast „klimaneutral“ í 2050. Á veður­lags­ fund­inum í Glasgow í november 2021 samdust tjóð­ir­nar í ST aftaná drúgvar fundir, um eina veður­lags­avtalu. M.a. bleiv gjørt av, at veita menn­ ing­ar­lond­um fíggjarliga hjálp í stríðnum ímóti veður­lags­krepp­uni, umframt at endurnýggja fíggjarligu miðini. Allir partar samdust eisini um at lækka útlát teirra, at teirra framtíðar lyftir viðv. veður­lags­krepp­uni samsvara við París-sátt­ málan, og har­afturat bleiv París-sáttmálin enda­ liga við­gjørd­ur (unfccc.int, 2021). Hann snýr seg í høvuðs­heitum um, at heimurin ikki skal hitna meira enn 1.5 stig samanborið við miðal­hitan áðrenn ídnaðarkollveltingina. Hetta boðar frá eina vónríkari framtíð í stríðnum ímóti veður­ lags­kreppuni. Men hvar standa Føroyar í hesum stríðnum? Ætlanir at minka CO2-útlátið hava ikki eydnast, men í ár er stuðul veittur til gransking at leiða CO2 niður í jørðina og goyma tað har. Sambært Bárður á Steig Nielsen, løgmanni, er málið at minka útlátið í Føroyum við í minsta lagið 30 prosentum í 2031, og Føroyar hava tikið undir við París-sáttmálanum. Tann dag í dag eru næstan 65% av føroysku orkuframleiðsluni grøn, og áðrenn 2030 er ætlanin at økja tað til 100% (Müller, 2021b). Hóast bjartar framtíðarætlanir eru sálar­ligu avleiðingirnar av veðurlagskreppuni smokk­aðar ímillum. At hond verður tikið um tær er sera týdningarmikið, tí tað snýr seg um lívsgóðskuna hjá einstaklingum. Tað er tískil tørvur á gransking innan sálarligar avleiðingar umframt viðgerð av hesum, og vónandi kann henda grein varpa ljós á tað. Ingrið Larsen sálarfrøði, AAU 2020

Ingrið Larsen 23 ár og lesi sálarfrøði á 6. semestri á AAU í Aalborg Hví valdi tú at lesa sálarfrøði í Aalborg? Síðani fólkaskúlan visti eg, at eg skuldi starvast við menn­iskjum. Tá eg gekk á miðnámsskúla gjørdist tað sálar­frøðin, ið hugtók meg mest av øll. Eg sendi umsókn inn til allar útbúgvingar í sálarfrøði í Danmark og slapp inn í Aalborg. Seinni eri eg blivin sera takksom fyri hetta útbúgvingarstaðið, tí vit arbeiða nógv við verkætlanum, og sleppa vit at gera kanningar um sjálvvald evnir.

Hvat er tað besta við at lesa í Aalborg? Aalborg er ein fantastiskur lestrarbýur, ið er spren­ fullur í ungdómi og lívið. Býurin er ikki ov stórur, men ei heldur ov lítil, og havi eg nógv góð vinfólk her. Umstøðurnar eru góðar fyri ung menniskju, nógvar matstovur, kaffistovur og vertshús, har man kann hittast við vinfólkum og familju. Eisini eri eg sera fegin um viðarlundirnar, ið eg ofta gangi túrar í.

Hvat innan tína útbúgving hevur tín størsta áhuga?

sálarfrøði. Biologisk psykologi umfatar heilan og kropsligar til­gongdir, sum eru viðkomandi fyri atferð og kognitión. Klinisk psykologi snýr seg um viðgerð av sálarsjúkum og hevur nógv til felags við psykiatri. Munurin er, at klinisk psykologi hevur støði í sálarfrøðiligum teorium og hættum og psykiatri í náttúruvísindum. Sálarfrøði er eitt fantastisk fak, ið víðkar um, hvussu man upplivir menniskju, umheimin og seg sjálvan. Á 6. semestri skulu vit hava psykiatri, ið heilt sikkurt fer at fanga mín áhuga mest.

Hvussu nógv fyllir veðurlags­ kreppan á tínari útbúgving/í lestrar­um­hvørv­inum? Veðurlagskreppan ger seg galdandi í sam­band við menniskjaliga atferð, t.d. í gjøgnum stúr­an, vitan, angist, osv. Tað er eisini serliga í hesum høpinum, vit hava lært um tað. Aðrar út­búgv­ ingar, t.d. innanfyri list, hava nýtt plast, metal, blikk og annað rusk, sum dálkar nátt­ú r­u na, at skapa eitt nú myndhøgglist við.

Øll fakini, ið vit hava haft, eru góð og vísa á ymisk sjónarmið á menniskju og sam­feløg. Eg havi størst áhuga í lívfrøðiligari og kliniskari

Keldulisti Brown, M. J., White, B. P. & Nicholas, P. K. 2021. Mental Health Impacts of Climate Change: Considerations for Nurse Practitioners. The Journal for Nurse Practitioners, 10, 1-5. doi: https://doi.org/10.1016/j.nurpra.2021.07.013 IPCC. Headline Statements from the Summary for Policymakers. 2021. Lisin 13/12/21 https://www.ipcc.ch/report/ar6/wg1/downloads/ report/IPCC_AR6_WGI_Headline_Statements.pdf Müller, J. 2021a. FNU: Veðurlagsbroytingarnar eru her. Lisin 13/12/21 á https://orkan.fo/foroyar-a-cop26-verda-partur-av-loysnini Müller, J. 2021b. Føroyar á COP26 verða partur av loysnini. Lisin 13/12/21 á https://orkan.fo/foroyar-a-cop26-verda-partur-av-loysnini Poston, B. 2009. An Exercise in Personal Exploration: Maslow’s Hierarchy of Needs. The Surgical Technologists, 1, 347-357. UNFCCC. COP26 Reaches Consensus on Key Actions to Address Climate Change. 2021. Lisin 13/12/21 á https://unfccc.int/news/ cop26-reaches-consensus-on-key-actions-to-address-climate-change

20

Aalborg er ein fan­tas­ tiskur lestrar­býur, ið er sprenfullur í ungdómi og lívið. Býurin er ikki ov stórur, men ei heldur ov lítil, og havi eg nógv góð vinfólk her. 21


FJØLNIRHEIÐURIN

Hug­leið­ing­ar um Brint Hydrogen er vanligasta grundevni í al­heim­inum

Hans Gilstein Petersen MEng Electrical and Mechanical Engineering (Master í El- og Maskinverkfrøði) á The University of Strathclyde Glasgow

Umleið tríggir fjórðingar av vanligum evn­ um í alheiminum eru hydrogen. Heims­ins høv eru ótømandi brunnar av hydro­geni, og í sólini eru umleið 1,45∙1027 tons av hydrogen. Tá ið tvey hydrogen-atom verða bund­in saman, skapa tey brint (H2), sum er eitt gass undir vanligum um­støð­um. Tað er lukt- og litleyst, ikki eitrandi og øgiliga eld­fimt. Tað, sum er áhugavert við brinti, er, at tað skapar eingi vakstrarhúsgass, tá ið tað verður brent av; einans vatn­damp. Brint kann nýtast at hita bygn­ ingar, eins og jarðgass, og tað kann nýt­ast at fram­leiða el-orku við turb­inum ella brenni­k ykn­ um og kann somuleiðis eis­ini nýt­ast til dríva bilar og onn­ur ak­ før. Brint kann framleiðast úr vatni við el-orku umvegis eini tilgongd, sum eitur elektro­lysa, ið summi kanska minn­ast frá alis- og evna­frøði tím­unum í fólka­skúl­an­ um. Tá el-ork­an til elektro­lysu er fram­ leidd burðardygt, er hendan til­gongd­in full­komi­liga grøn og framleiðir enntá ilt (O2), sum kann nýtast til mangt. Íðan, hví verð­ur brint, sum tykist so fan­tast­iskt og sam­stund­is einfalt, ikki nýtt til at nøkta all­an orkutørv í heiminum? Hesin spurn­

1

22

ing­ur og aðrir verða viðgjørdir í hesi grein um brint og møguleikar tess.

Mín bakgrund Eg taki útbúgvingina (MEng) Electrical and Mech­an­ical Engineering á The Uni­ versity of Strath­clyde. Í ár havi eg arbeitt við eini verkætlan við heit­inum „Gas Flow Measurement of Hydrogen En­rich­ed Nat­

Brint kann framleiðast úr vatni við el-orku umvegis eini tilgongd, sum eitur elektrolysa ural Gas“ (Gassflowmáting av hydro­genog jarðgassblandingum). Eg fari ikki at greiða frá verkætlanini í hesi grein­ini, tí hóast verk­ætlan­in er rættiliga við­kom­ andi í Bret­landi, har megin­parturin av upp­hiting kemur frá jarð­gassi1, so er hetta ikki støðan í Føroyum. Eg fari í staðin at greiða frá tí, eg havi lært um brint, um orku­kervi og frá mínum tonkum, um hvørj­ar leik­lutir brint kann koma spæla í ein­um grønum orku­kervi.

Department for Business, Energy & Industrial Strategy, „Clean Growth - Transforming Heating“, 2018.

Brint í dag Íðan, hví verður brint ikki nýtt at nøkta heimsins orkutørv og basa veður­lags­ krepp­uni? Ein orsøk er, at brint finst ikki natúr­liga í reinum formi og er tí ikki ein orku­kelda, men eitt brennievni, sum má fram­leiðast. Tað kann framleiðast úr vatni (H2O) ella jarðgassi (met­an­gass: CH4), men tað krevur orku – og tí­skil pengar – at skilja brint sundur frá hesum evn­um. Elektrolysa, sum varð nevnd áðrenn, er ein tilgongd, sum spillur orku. Millum 60% til 80% av orkuni, sum fer inn í til­ gongdina, verða umgjørd til brint, men restin av orkuni verður mist. Tann mest nýtta tilgongdin at útvega brint er ikki elektrolysa, men Steam Methane Re­ form­ing (SMR). Hendan tilgongdin skil­ ur jarðgass ella kol sundur til brint og koldioxid (CO2), og tilgongdin er munandi bíligari enn elektrolysa. Tá brint verður framleitt, kann tað bólk­ ast eftir eini farvuskipan, alt eftir hvør tilgongd er nýtt at útvega tað, hóast eing­ in fysiskur munur er á sjálva produkt­in­um. Verður SMR-tilgongdin nýtt, og kol­diox­ id­ið verður slept út í luftina, verður pro­ dukt­ið nevnt grátt brint, sum er tað minst burðadygga slagið. Um SMR verður nýtt, men koldioxidið verður savnað og goymt, verður tað nevnt blátt brint. Burðar­dygg­ asta slagið er grønt brint, sum er fram­ leitt við elektrolysu við el-orku frá varandi orkukeldum. Av hesum trimum er grátt tað bíligasta og vanligasta slagið, og grønt er tað dýrasta og sjáldsamasta slagið, men nógv­ar íløgur eru gjørdar innan grønt brint seinastu árini, sum fara at gera tað bíligari.

Orka í Føroyum Í mínum lestrarbýi, Glasgow, varð veður­

lags­ráðstevnan COP26 hildin í nov­em­ bermánaði 2021. Fleiri av heimsins leiðar­ um tóku lut í ráð­stevnuni, millum aðrar Joe Biden úr USA, Mette Frederik­s en úr Dan­mark, Justin Trudeau úr Kan­ada, Emm­an­uel Macron úr Fraklandi, Boris John­son úr Bretlandi og, ikki minst, Bárð­ur á Steig Niel­sen úr Føroyum. „Okkara mál er at minka um útlátið av vakst­rar­húsgassi í minsta lagi 30 pro­sent í 2030 í mun til 2010. Skulu vit røkka hesum máli, krevur tað umleið eina helvtar­mink­ ing í mun til útlátið, sum tað var í 2020,“ segði Føroya løgmaður í sambandi við ráðstevnuna2. Omanfyri sæst orkurenslið í Føroyum fyri 20203. 91,1% av allari orkuni kom frá olju, og restin kom frá vatni, vindi og øðrum. Um bert verður hugt at oljuni, sum verður nýtt á landi, so sæst at meginparturin fer til upphiting og el-fram­leiðslu. Á hes­ um økjum fara vit at síggja eina broyt­ ing móti grønum loysnum; meira vind og vatn innan el-framleiðslu og meira fjarhita og hitapumpur innan upphiting. Á

2

Løgmansskrivstovan, „COP26: Løgmaður á veðurlagsráðstevnu“, 6. septembur 2021.

3

Orkuskiftið, „Í 2020 var orkunýtslan í Føroyum 3819 GWh“, 20. juli 2021.

heimasíðuni hjá Umhvørvis­stovuni verður víst á, at øll el-orka á landi skal koma frá varandi orku í 2030, so ein oljupartur á 51.687 tons, sum á myndini fer inn í termisk verk, skal verða yvirtikin av vindi, vatni og øðrum varandi orkukeldum.

Brint innan el-framleiðslu Sum áður nevnt, er brint ikki ein orkukelda, men eitt brennievni, sum má framleiðast. Hetta merkir tó ikki at brint onga nyttu hevur. Brint hevur nógvar eginleikar, sum gera tað til eitt smidligt amboð, ið kann nýtast til nógvar uppgávur. Ein vansi við orkukeldum, sum eru tengd­ar at veðurviðurskiftum (til dømis vind­myllur og vatnorkuverk), er, at orku­ úrtøkan ofta er óstøðug frá degi til dags. Summar tíðir framleiða grøn orkuverk meira orku enn tørvur er á ta løtuna, og um einki verður gjørt við hana, fer hon til spillis. Aðrar tíðir eru líkindini ikki so góð, og grøn orkuverk megna ikki at nøkta tørvin, og aðrar, møguliga ikki burðar­­ dyggar, loysnir muga nýtast. Í dag er eitt

23


FJØLNIRHEIÐURIN

sindur av avlopsorku, men ser­frøð­ing­ ar vísa á at avlopsorka fer at vaksa, so hvørt sum fleiri vindmyllulundir og grøn orkuverk verða bygd. Ein loysn at fyribyrgja orkuspill er ein pumpu­skipan, har avlopsorka verð­ur nýtt til at pumpa vatn upp í damm­ar. Tá tørvur er á orku, verður latið upp fyri vatn­streym­inum, sum framleiðir el-orku. Slík skipan verður útbygd í Føroyum4. Á líkn­andi hátt kann man skapa eina orku­ goymslu við brinti. Brinti kann fram­leið­ ast við av­lops­orku og goymast í tang­um. Brenni­k yknur ella turbinur gera síðan brinti um til el-orku aftur, tá tørvur er á tí. Pumpu­skipanir varðveita 70-80% av orkuni og eru ein tann besta loysnin at goyma orku. Brintorkugoymslan fer ikki at megna at varðveita líka stóran part av ork­uni, tí umleið 20% av orkuni verður mist við elektro­lysu og so verður ein partur aftrat mistur, tá ið brinti verður brent í tur­binu ella brennikyknu. Fyrimunurin við brinti er, at tað kann nýtast til el-fram­leið­slu, men eisini nógv annað, sum verður um­røtt næst.

Brint innan upphiting Um brint hevði verið nýtt til el-framleiðslu, høvdu tilgongdirnar eisini framleitt nógv­ an hita. Partur av hitanum kann nýt­ast í fjarhitaskipanini, sum veitir upp­hit­ing­ar­ orku til føroyskar bygningar. Brint kann lættliga nýtast til upphiting av hús­um og bygningum og til gasskomfýr, á sama hátt sum jarðgass. Í Føroyum er ikki vanligt at nýta jarðgass til upphiting, so tíverri finst einki infrakervi til slíka skipan.

4 5 6

24

Ein verkætlan í skotska býnum Fife hevur til endamáls at vísa, hvussu ein slík skipan hevði sæð út5. Har verða 300 hús (í fyrstu fasu) hitaði við brinti, sum er framleitt við elektrolysu við orku frá vindmyllum. Húskini, sum ynskja at verða partur av verkætlanini, rinda sama prís fyri brint, sum tey annars høvdu rindað fyri jarðgass. Tað er sjálvandi eingin orsøk, at Føroyar ikki kunnu seta líknandi skipan upp, men tað hevði millum annað kravt, at nýggjar gassleiðingar vórðu lagdar.

Brint á sjónum Brint kann eisini nýtast sum brennievni til skip. Tá hevði møguliga loyst seg best at kølt brinti niður til umleið minus 250°C, so tað verður ein væta, tí tá hevur tað munandi hægri orkuinnihald og fyllur ikki so nógv á einum skipi. Slík skip eru longu bygd, men tey eru ikki so vanlig enn, tí brintkervi má mennast fyri at tað skal loysa seg. Ein vansi við brinti er, at tað má kølast so nógv niður ella goymast í há­ trýsttangum sum gass. Tí er stórur áhugi í ammoniakk (NH3) sum brennievni, tí tað skal bert kølast niður til umleið minus 33°C fyri at verða ein væta. Ammoniakk hevur nógvar av teimum somu avbjóðingunum sum brint, millum annað at tað ikki er framleitt á burðardyggan hátt í dag. Grønt ammoniakk kann framleiðast úr grønum brinti og nitrogeni, sum verður skilt úr luft við einari orkukrevjandi tilgongd. Í oktober 2021 helt HUGE ein kjakfund í sam­starvi við Fróðskaparsetrið, har nógv­ar við­kom­andi framløgur vóru hildnar6. Har

varð millum annað greitt frá verk­ætlan­um, um at nýta brint­drivin skip til ali­vinn­una. Brintið hevði verið fram­leitt við av­lops­orku frá vindmyllum og flutt í trýst­tangum til brintskip, sum røkja tær neyð­ugu uppgávurnar innan aling. Samstundis kann iltin, sum verður framleitt við elektrolysu sam­an við brintinum, eisini nýtast til tilgongdir á smolt­støðunum.

Aðrir brintmøguleikar Nógvir áhugaverdir møguleikar stinga seg upp, so hvørt sum brintkervið mennist. Í fleiri og fleiri býum finnur man býarbussar, sum koyra á brint, og hetta tykist sum eitt natúrligt fyrsta stig. Akfør, sum koyra á brint, kunnu fyllast upp umleið líka skjótt sum blýfrítt og diesel, og hóska tískil væl til uppgávur, har tað møguliga ikki loysir seg at løða í fleiri tímar. Til onkrar uppgávur eru battarídrivnir el-bilar ríkiliga góðir, men til aðrar hóska brintbilar betur. Fyrst kann tað umfata býarbussar, seinni bygdaleiðir og í framtíðini eisini ferjurnar millum oyggjar. Tá brintkervið verður meira framkomið, verður kanska møguligt at fylla brint í bilar á bensin­ støðunum kring landið, og so gerst tað eisini ein møguleiki hjá vanliga borgaranum at keypa sær brintbil. Brintbilar kunna fáast longu í dag

(til dømis Toyota Mirai og Honda Clarity), men teir eru ikki so lokkandi, tá ið man ikki kann fylla teir upp líka sum aðrir bilar. Tað verður ein tíð, fyrr enn brint verður líka bíligt sum blýfrítt og diesel, so skilagott er við politiskum átøkum at gera tað bíligari fyri brúkaran, inntil brintkervi kemur upp á føtur. Sum nevnt kann iltin frá elektrolysu nýtast á smoltstøðum, men tað kann eisini nýtast innan aðrar vinnur. Tað kann nýtast á sjúkrahúsum, til dykkara-virksemi, til skeribrennarar og til mangt annað.

Seinastu tankar Brint fer at hava ein stóran leiklut í orkukervinum komandi árini. Stjórnin og vinnurnar fara at hava nógv at siga, fyri hvussu skjótt hesar loysn­ir­ nar verða tiknar í brúk, men eisini má fólkið, brúkararnir, royna at taka móti tøknini sum best og vera tolin. Sum við øllum broytingum koma trupulleikar at stinga seg upp, men tess meir brintloysnirnar verða nýttar, tess skjótari verða trupulleikarnir loystir. Saman við vind- og vatnorku, og øðrum varandi orkukeldum, kemur brint at hjálpa Føroyum at gerast burðadyggar og sjálvveitandi við grønari orku.

SEV, „Pumpuskipan í Vestmanna“. H100 Fife, „Proposed Hydrogen Production, Storage and Demonstration Facility“. HUGE Hybrid Seminar Faroe Islands, „Hydrogen, Towards a Zero-Emission Fleet“, 27. oktober 2021.

25


FJØLNIRHEIÐURIN

23 ár. Eg eri í holt við 4. árið av útbúgvingini „MEng Electrical and Mechanical Engineering“ (Master í Elog Maskinverkfrøði). Eg lesi útbúgvingina á The University of Strathclyde í Glasgow.

Hví valdi tú at lesa MEng Electrical and Mechanical Engineering í Glasgow? Tað var øgiliga spennandi, helt eg, at man kundi lesa bæði el og mekanikk undir einari útbúgving. Tað hevur vansar og fyrimunir at lesa greinarnar í einum, til dømis, at man ikki spesialiserar seg í hvørgari grein, men av tí at hesar greinarnar eru so tætt knýttar í praksis, er tað ein fyrimunur at vera kønur í báðum pørtum. Eg endaði við at søkja inn á trý universitet í Skotlandi, tí har vóru fleiri universitet og út­ búgvingarmøguleikar enn í Danmark, og hevði ætlan um at søkja inn á útbúgvingar á DTU og SDU eisini, men eg fekk góðkent svar frá tveim­um av skotsku universitetunum og kom á bíði­lista til tað triðja, áðrenn eg kom so langt. At enda søkti eg slett ikki inn á donsku universitetini, tí eg var vorðin bitin av tankanum um at lesa í Skotlandi. Eg takkaði ja til the University of Strathclyde, tí teirra verkfrøðisútbúgvingar høvdu betri ummælir enn tey í hinum universitetunum.

Hvat er tað besta við at lesa í Glasgow? Glasgow er ein øgiliga góður býur fyri lesandi. Fólk koma frá øllum pørtum av landinum og heiminum at lesa, og fólkini, eg eri komin at kenna, hava gjørt lívið kring lestnaðin stuttligari og meira áhugavert. Hóast Glasgow er ein stórur býur (størsti býur í Skotlandi og hevur umleið sama íbúgvatal sum Keypmannahavn) og hevur allar tilhoyrandi hentleikar, so er næstan alt innan gangi­frástøðu, og restina røkki eg við metro.

Hvat innan tína útbúgving hevur tín størsta áhuga? Tað besta við at lesa verkfrøði er, tá man arbeiðir leingi við einari verkætlan— tað kann vera ein

26

maskina ella el-rás, ein teldusimulatión ella program ella okkurt heilt annað — og man endi­ liga loysir ein trupulleika, sum hevur forstýrað verk­ætlan­ina í langa tíð. Og so kann man byrja at loysa næsta trupulleikan...

Kanst tú greiða stutt frá hesum? Tað kann vera torført at arbeiða við tvørfakligum verkætlanum, har nógv økir arbeiða saman og ímóti hvørjum øðrum. Teknar man eina fjarstýrda el-drivna dronu til dømis, sum hevur til endamál at hava so langa flogtíð sum gjørligt, tá er neyð­ ugt at gera hana so lætta sum møguligt, men samstundis hava so mong battarí umborð sum gjørligt. Hesar uppgávur stríða ímóti hvørjari aðrari, og tá er neyðugt at finna ta balansuna, sum merkir longst flogtíð fyri dronuna, og hetta er nógv lættari sagt enn gjørt.

Hvussu nógv fyllir veðurlags­ kreppan á tínari útbúgving/í lestrarumhvørvinum? Veðurlagskreppan inngongur ikki beinleiðis í pensum, men lærararnir eru tilvitaðir um hana, og hvussu hon helst kemur at ávirka ídnaðin í framtíðini. Teir eru dugnaligir at greiða frá hesum. Veður­lagskreppan fyllir nógv meir í lestrar­um­ hvørvinum, millum annað eru fleiri felag­skapir, ið lesandi hava stovnað, sum á ymsar mátar varpa ljós á veðurlagskreppuna og savna pengar inn til tess. Veðurlagskreppan fylti serliga nógv í ár, tí Glasgow var vertur fyri COP26 veður­lags­ ráð­stevnuni. Universitetið skipaði fyri mongum tiltøkum árið runt; millum annað kom fyrr­ver­ andi presidenturin Barack Obama á vitjan á universitetinum í samband við ein fund um ung og veðurlagskreppuna.

Glasgow er ein øgiliga góður býur fyri lesandi. Fólk koma frá øllum pørtum av landinum og heiminum at lesa. 27


2.

Politikkur og vinnulív Stutt um COP26 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30 Útlát frá føroyskum fiskiskipum . . . . . . . . 32 Íløgur skulu úr kolvetnisvinnum . . . . . . . . 36 How to weather the current climate storm . . 40 Vit skula hava eina bindandi veðurlagslóg . . 42 Tey ungu hugsa grønt . . . . . . . . . . . . . . . . 44 Burðardygt Vinnulív . . . . . . . . . . . . . . . . . 46


POLITIKKUR OG VINNULÍV

Stutt um COP26

um at skerja útlát síni. Ætlað var at hon skuldi haldast í 2020 — fimm ár eftir COP21 — men orsakað koronakreppuni var ráð­ stevnan útsett til 2021.

Glasgow Climate Pact

Í Hans Gilstein Petersen MEng Electrical and Mechanical Engineering (Master í El- og Maskinverkfrøði) á The University of Strathclyde Glasgow

novembermánaði í fjør var veðurlags­ ráð­stevnan COP26 hildin í Glasgow. Tær báðar vikurnar, sum ráðstevnan vardi, sam­rádd­ust umboð frá 197 tjóðum, um hvussu veðurlagskreppan skal basast. Sam­ráð­ing­ar vóru hildnar á The Scott­ish Event Campus, men ávirkanin frá ráð­ stevn­uni var ikki avmarkað til hesi hølir. Gøt­ur­nar í skotska býnum vóru fyltar við um­hvørvis­aktivistum, løgreglufólki, tíð­ inda­fólki, dómadagsprofetum og for­vit­ num áskoðarum. Um hetta mundi var eg upptikin við lestri, men torført var ikki at fylgja eitt sindur við gongdini, tá eg hoyrdi um allar heimsleiðararnar, sum savnaðust í mínum lestr­arbýi. Á vitjan í Glasgow vóru millum annað Joe Biden, Emmanuel Macron, Just­in Trudeau, Angela Merkel, Mette Fred­eriksen, Bárður á Steig Nielsen og onn­ur umboð frá teimum næstan 200 tjóð­unum.

Globala upphitingin Síðan árið 1880 hevur miðalhitastigið kring jarð­knøtt­in voksið við umleið 1,1°C. Hóast tað møgu­liga ikki tykist sum nógv, so hevur hesin vøksturin havt týðiliga ávirkan á veður­lagið. Miðalhitastigið er á kós at vaksa enn meir komandi áratíggjuni og hetta inniber stórar avleiðingar — fyri summi støð merkir hetta hitabylgir, skóg­ brandar og turkur, fyri onnur merkir tað ódnir, flóðir og omanlop. Globala upphitingin er orsakað av vakstr­ ar­húsgassum, sum verða skapt, tá ið kol, olja og líknandi brenni­evnið verða brend. 30

Um globala upp­hitingin skal basast, er neyð­ugt at skifta burtur frá orku­keldum og til­gongdum, sum skapa vakstr­ar­hús­ gass, til varandi og burð­ar­dygg­ar loysn­ir. Miðalhitin umleið ár 1880 verður nýtt­ur sum mátistokkur fyri hvussu nógv miðal­ hitin er øktur orsak­að av vaks­trar­hús­gass­ um. Hóast miðal­hitin kring jarðknøttin broytist natúr­liga frá ein­um áratíggju til eitt annað, til dømis or­sakað av gosfjøllum, so sæst at hita­vøkst­urin síðan 1880 gongur hond í hond við vøkstrinum av vakstrar­ hús­­gass­um, sum menniskjan hevur skapt síð­an ídnaðar­koll­velt­ing­ina.

París-avtalan Á COP21 ráðstevnuni, sum var hildin í París í 2015, samdust luttakandi tjóðirnar um París-avtaluna. Hon innibar at arbeiða saman um at avmarka globalu upp­hit­ ingina til undir 2°C í mun til hitastigið áðrenn 1880 og at miðja eftir eini upp­ hiting á 1,5°C. Londini avtalaðu at føra fram ætlanir, um hvussu tey skulu minka um teirra útlát, umframt at tey eisini skulu møtast aftur hvørt 5. ár at endurskoða teirra mál og dagføra ætlanir teirra. Tí­ verri var mett, at ætlanirnar, sum tjóðirnar førdu fram eftir París-avtaluna, ikki fóru at megna at halda globalu upphiting­ina niðri á samtykta hitavøkstrinum. Serfrøð­ ingar hjá ST mettu at globala upphitingin fer at vera 2,6°C áðrenn øldin er liðin, útfrá ætlanunum eftir París-avtaluna. COP26 ráðstevnan var tískil stevnan har París-avtalan skuldi endurskoðast, og londini skuldu dagføra sínar ætlanir

Á ráðstevnuni í novembur samdust tjóð­ir­ nar um at skriva undir eina avtalu, sum var nevnd The Glasgow Climate Pact. Pakt­ in byggir á grundarlagið, sum var lagt í París-avtaluni, men mett verður at nýggja pakt­in heldur ikki megnar røkka málini, sum vóru sett í 2015, so niðurstøðan var at hesar ætlanir skuldu endurskoðast til næstu COP ráðstevnuna. Vit kunnu frøast um, at COP26 var fyrsta ráð­stevnan, har ætlanir vóru lagdar um at minka um nýtsluna av koli, sum er at­ vold til 40% av øllum CO2-útláti. Eisini lovaðu leiðarar frá fleiri enn 100 londum, ið eiga umleið 85% av heimsins skógum, at steðga avskóging áðrenn 2030. Tíverri hevur verið funnist at paktinini fyri at nýta veikan málburð í summum økjum, sum londini kunna nýta at snúgva sær undan at minka um útlát teirra. Til dømis var ein orðing í paktini broytt frá „at avtaka kol“ til „at minka um kol“ eftir trýst frá Kina og India, hóast onnur lond mót­mæltu hetta. Síðani hevur Suður­ korea, sum annar skuldi avtaka kol í 2030 ár­un­um, sagt seg skula steðga at nýta kol áðrenn 2050. Hetta hevur fingið mong at óttast at onnur lond eisini fara at gagn­ nýta hesa orðing. Undan COP26 ráðstevnuni vístu for­ sagnirnar, at vakstrarhúsgassútlátið kring heimin í ár 2030 fór at liggja um 52,4 gigatons. Forsagnirnar eftir COP26 vísa, at útlátið í ár 2030 kemur at liggja um 41,9 Gt, men um hitavøksturin skal haldast á 1,5°C, er neyðugt at útlátið verður undir 26,6 Gt. Hon Alok Sharma, forsetin av COP26, segði, aftaná paktin var viðtikin: „Vit kunnu nú trúliga siga, at vit hava hildið tær 1,5 gradirnar á lívi, men pulsurin er veikur,

og tær fara bert at yvirliva, um vit halda okkara lyftir og fara skundisliga til verka.“

COP27 Næsta ár verður COP27 ráð­stevnan hildin í Egyptalandi. Umboðini fyri tey 197 londini hava verið heitt á at dag­føra teirra arbeiðs­ ætlanir, um nakar møgu­leiki skal vera at halda hitavøksturin á 1,5°C. Atmosferan fer bert at fylgja okkara ynskjum, um vit megna at skerja útlátið av vakstrar­hús­ gassum. Veður­lags­ráð­stevn­ur­nar hava verið nógv kritiseraðar fyri at koma við tómum lyftum, og at einki eftirlit er at tryggja, at londini fylgja teirra ætlanum — vónandi koma vit at síggja størri samsvar millum lyftir og handlingar til næstu ráð­ stevnu.

Hita­vøkst­urin síðan 1880 gongur hond í hond við vøkstrinum av vakstrar­hús­ gass­um, sum menniskjan hevur skapt síð­an ídnaðar­ koll­velt­ing­ina. Heimsleiðarar úr Norðurlondum á COP26. Frá vinstru: Bárður á Steig Nielsen, Sauli Niinistö (Finland), Stefan Löfven (Svøríki), Katrín Jakobsdóttir (Ísland), Mute B Egede (Grønland), Mette Frederiksen (Danmark) and Jonas Gahr Støre (Noreg)

31


POLITIKKUR OG VINNULÍV

Útlát frá føroyskum fiskiskipum F Thormund Johannesen Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc. Knud E. Hansen, ráðgevandi skipsverkfrøðingar, Føroya Deild

32

jølnir hevur í ár sett veðurlags­kreppa sum høvuðstema í blaðnum. Veðurlagsbroytingarnar eru longu her. Vit síggja og hoyra næstan dagliga um hita­met og onnur ekstrem veður­f yri­brigdi. Nú eru tað tí ikki bara vísindafólk og um­ hvørvisaktivistar, sum ávara um gongdina og krevja handling. EU hevur sett sær stór mál at minka um útlátið, og Danmark kanska enn størri. Hetta fer óivað at leggja stórt trýst á okkum føroyingar, sum útláta fleiri ferðir so nógv sum danir, í mun til fólkatalið. Serliga kann trýstið á høvuðsvinnuna, fiskivinnuna, fara at kennast tungt, tá ið umhvørvistilvitaðir keyparar fara at aftra seg við at keypa okkara fiskavørur orsaka av ov stórum útláti. Vit vera tí noydd at taka útlát frá fiski­ skipum upp til viðgerð og finna loysnir at minka tað. Fyrst av øllum mugu vit gera okkum greitt, hvat vit skilja við útlát, tí tað eru fleiri sløg við ymiskari ávirkan á umhvørvið. Diesel- og bensinmotorar útláta koltví­ iltu. CO2, sum fer upp í lofthavið, bjálvar jørð­ina og er harvið orsøk til at hon hitnar. Men ser­liga dieselmotorarnir hava eisini stórt útlát av nitrogenoxidum - NOx og svávu­l­oxidum SOx, ið dálka luftina og gera skaða á vøkstur og aðrar livandi verur. Hesi seinnu, NOx og SOx, ber til at minka munandi um, við ymiskum tekn­ isk­um átøkum, og tað verður eisini gjørt. Ofta verður ført fram, at nýggir diesel­ motor­ar eru so nógv reinari enn teir gomlu, dálka minni og hava minni útlát. Jú, teir dálka minni og hava minni útlát av NOx og SOx, men tað er ikki tað, sum er orsøk til veðurlagsbroytingarnar. Tað er harafturímóti CO2 útlátið, og har er minni munur á gomlum og nýggjum diesel­ motorum, tí CO2 stendur í beinum lutfalli við oljunýtsluna. Tað er tí onki annað at

gera enn at sleppa okkum av við oljufýr og oljubrennandi motorar og í staðin fram­ leiða orku á annan hátt uttan CO2 útlát. Tað vísir seg at bera væl til at framleiða el-orku burðardygt úr fjallavatni, vindi, sjóv­ ar­falli og sólarljósi, og er hetta enntá bí­lig­ari enn orka úr fossilum brennievnum. El-orka, framleidd á henda hátt, er so­ statt eitt upplagt alternativ til orku úr fossilum brennievni, men tað er tó ein stórur trupulleiki við el-orkuni - hon er ikki løtt at goyma. Battarí er mest brúkta el-goymsla, men hesi er bæði dýr, tung og hava lutfalsliga stutta livitíð. El-orka er tískil ikki væl egnað, har orka í stórum nøgdum skal goymast, sum til dømis um­borð á skipi. Er talan um smærri ferjur, sum sigla stuttar teinar, har til ber at løða tíð­um, er el-orka tó ein rættu­liga góð

Havborg (2650 kW) og omanfyri nýggja skipið (7320 kW), sum kemur í staðin.

loysn, tí el-motorarnir eru bæði effektivir, rakstr­ar ­tryggir og ljóðleysir. Smærri arbeiðsbátar í alivinnuni, út­ róðrarbátar og smærru ferjurnar í Før­oy­ um, sum øll liggja inni hvørja nátt, kundu saktans nýtt el-orku. Um ikki fult út beinan vegin so lutvíst – hybrid – inntil battaríini eru meira ment. Verri er vorðið við fiskiskipunum, bæði teimum á heimaleiðunum, ísfiskaskipini og langfaraskipini. El-orka kemur ikki uppá tal, so her mugu nýggj brennievni til. Hesi brennievni og teir motorar, sum skulu brenna tey, eru enn á royndarstigi, so tað ganga nokk nøkur ár til bæði motor­ar og brennievni eru tøk á einum vanlig­ um marknaði, eins og dieselmotorar og dieselolja eru tað í dag. Tað sýnist sum vetni (brint) er best egn­ aða brennievnið til forbrenningsmotorar, men vetni er eitt loftevni, sum er ringt at goyma i størri nøgdum. Antin skal tað kølast niður á –254 stig celsius, ella skal tað setast undir øgiligt trýst, har 300- og 700 bar er tað mest vanliga. Hetta verður trupult at hava við at gera umborð á skipi. Loysnin sýnist tí heldur vera, at binda vetni kemiskt við antin nitrogen ella kol­ tví­iltu og harvið fáa ammoniakk ella met­ an­ol (træspritt) burturúr, sum er lættari at hava við at gera enn reint vetni. Metanol er flótandi og ammoniakk fæst flótandi við ikki so nógvum trýsti ella køl­ing. Hesi eru bæði góð brennievni til for­brenn­ingsmotorar, hóast tey fylla meira enn dieselorka. Stórar vindmyllulundir hava í mongum føri nógva avlopsorku, sum kann nýtast at gera vetni burtur úr vatni við elektrolysu. Vetni kann síðani bindast við nitrogen, sum fæst úr luftini, ella koltvíiltu, sum fæst úr biomassa (lívrunnum evnum), og harvið fæst ammoniakk ella metanol burturúr. Ammoniakk hevur onki koltvíiltuútlát, tá ið tað verður brent. Metanol letur somu koltvíiltu út, sum framleiðslan bindur í brenni­evnið úr biomassa, og verður tí rokn­að fyri at vera neutralt. Motorar til slík brennievni eru longu á markn­aðinum í ávísum avmarkaðum stødd­um, og arbeitt verður áhaldandi við fram­leiðslu av brennievnum. Stórar fyritøkur sum Mærsk seta nógv av til gransk­ing og framleiðslu á hesum øki, og munnu hesar fyritøkur ikki eisini onkurs­vegna fara at eiga fyrsta rætt til nýggju brennievnini, so leingi útboðið langt frá mettar tørvin?

Gadus (3000 kW) og omanfyri nýggja skipið (7320 kW), sum kemur í staðin.

Hvat gera vit í Føroyum? Her er ongin orku- og veðurlagspolitikkur galdandi í løtuni. Ein lóg er tó á veg, men sum skilst so verða ongar bindingar um at minka útlátið við ávísari nøgd yvir ávísa tíð, sum gjørt er í Danmark og EU. At okkara fiskiskipafloti er gamal og harðliga trongir til endurnýggjan, júst í hesum tíðum við so stórum og alsamt vaksandi krøvum um grønar loysnir, er tí ein stórur trupulleiki, sum vit eiga at taka í størsta álvara. Júst í hesum døgum hevur verið skipað fyri ráðstevnu um framtíðar føroyska fiski­ vinnu, har nógv hevur verið gjørt burturúr MSC góðkenning, ein skjalfestan av burð­ ar­dygd. Men man ikki útlát skjótt fara at viga tungt í eini MSC góðkenning, og hvussu verður tá vorðið hjá okkum? Í løtuni eru seks nýggj skip í gerð og á veg inn í flotan, tvey uppsjóvarskip og trý verksmiðjuskip. Tey skipini, sum fara úr flotanum fyri hesi nýggju, hava høvuðsmotorar við samanlagt 22.270 kW, meðan tey nýggju hava samanlagt 34.680 kW. Ein meiri enn helvtarøking, og tað vil siga nærum líka stór øking í CO2 útláti. Onkur vil kanska halda, at hetta eru effektivari skip enn tey gomlu, og kunnu fiska somu kvotur við minni útláti. Sannroyndin er tó ein onnur, tí størri skip við størri motor­um brenna altíð meira. Og grøn­lend­ing­ar, sum longu hava skift stóran part av sínum verk­smiðju­ 33


POLITIKKUR OG VINNULÍV

WWW.MEST.FO

EITT FJØLBROYTT ARBEIÐSPLÁSS Akraberg (3700 kW) og omanfyri nýggja skipið (5400 kW), sum kemur í staðin.

Christian (4920 kW) og omanfyri nýggja skipið (7320 kW), sum kemur í staðin.

trolaraflota, hava longu sæð, at oljunýtslan er nógv vaksin. Tað vil, við øðrum orðum, siga, at okk­ ara fyrsta stig viðvíkjandi endur­nýggjan av fiski­skipa­flotanum er eitt stórt stig skeivan vegin, tá ið tað kemur til útlát. Tað er ikki at rokna sum burðardygt og fer helst at ávirka okkara MSC góðkenningar í fram­tíð­ini. Hesi nýggju skip koma, um tey gerast eins gomul sum tey skipini, ið tey avloysa, at sigla líka inn í 2050’ini, tá ið alt vakstr­ar­gass­út­lát í heiminum skal vera burtur. Tað finnast ongar lættar loysnir í dag, og tað mátti Bakka­frost sanna, nú nýtt stórt brunnskip verður smíðað. Fram­søknu ætlan­ir­nar við gassmotorum, ið møgu­liga kundu brenna biogass, fram­leitt hjá Førka úr laksa­slógvi og neyta­mykju, bóru ikki á mál. Tað gjørdist ov trupult og dýrt, sum um­støð­ur­nar eru í Føroyum. Brunnskipið er tó innrættað soleiðis, at tað væl ber til at skifta til grønar skipanir, tá ið tær verða tøkar á marknaðinum. Alt er eldrivið umborð, eisini eru høvuðs­mot­or­ar­nir elektriskir, og tey fimm diesel­aggregat­ini, sum veita streym, standa í deks­húsi á yvir­ dekkinum, har tey lættliga kunnu skiftast, uttan aðrar broytingar í skip­inum. Omaná deks­húsinum er pláss fyri átta 20-fóts bingj­ um til brennievni, um tað til dømis verður í gassformi. Skipið hevur eisini battarískipan og 10 kV háspenningslandsamband, so tað við kai á Glyvrum kann verða rikið við streymi frá 34

SEV, meðan 1000 tons av livandi laksi eru umborð. Battaríini verða annars brúkt til at javna millum dieselaggregatini, sum tí altíð koyra við optimalari last. Hetta bara fyri at nevna, at tað í ávísan mun ber til at fyrireika seg, hóast endaligu grønu loysnirnar fyri skipini ikki finnast á vanliga marknaðinum enn. Men ábyrgdin liggur hjá polit­iska mynd­ ug­leik­an­um at fyrireika okkum til nýggju grønu brennievnini. Neyvan verða tey framleidd í Føroyum, tí tað skal helst gerast í stórari mongd fyri at halda kostnaðinum niðri. Men vit mugu tó hava eitt infrakervi, so brennievnini verða tøk hjá skipum at bunkra í fleiri støðum í landinum. Jú, avgjørt standa stórar avbjóðingar fyri framman at minka útláti í okkara høvuðs­ vinnu.

Okkara fyrsta stig viðvíkjandi endur­­nýggjan av fiski­­skipa­­ flot­anum er eitt stórt stig skeivan vegin, tá ið tað kemur til útlát.

Vend tær til okkum um tú ynskir at frætta nærri SHIPYARD

J . C . S VA B O S G Ø TA 3 1

|

P. O . B O X 6 5

|

F O - 1 1 0 T Ó R S H AV N

|

TEL:+298 301100

|

I N F O @ M E S T. F O


POLITIKKUR OG VINNULÍV

Gunnhild Dahl Niclasen situr í umboðsráðnum hjá Betri. Hon er 38 ára gomul og býr í Haraldssundi. Hon hevur lisið stjørnnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum og tikið eina master í humanøkologi í Lund Universiteti. Umframt hetta er hon fríyrkisfólk og hevur frá 2014 til 2018 verið virkin nevndarlimur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, sum hon var við til at endurstovna í 2014.

Samrøða við Gunnhild Dahl Niclasen og Sjúður Hammer

Íløgur skulu úr kolvetnis­ vinnum

Sjúrður Hammer er føddur og uppvaksin í Havn. Í 2003 flutti hann til Aberdeen at lesa lívfrøði. Eftir loknan lestur tók hann eina ph.d., har hann specialiseraði seg innan dálking. Fyri trimum árum síðani flutti hann til Føroyar, har han arbeiðir við margfeldi á Umhvørvisstovuni. Harumframt er Sjúrður nevndarlimur í FNU. Gunnhild og Sjúrður eru trímenningar og lærdu hvønnan at kenna gjøgnum FNU.

V Niels Arge Búskaparfrøði í Keypmannahavn Ráðslimur í MFS

36

it verða ofta mint á ráðini ímóti veður­ lags­broyt­ingum: et minni kjøt, keyp færri klæðir, ferðast minni við flogfari o.s.fr. Hesi ráðini eru umráðandi og neyðug, men eru í veruleikanum ikki altíð líka løtt at fylgja. Samstundis kann tað í almenna orðaskiftinum ofta tykjast sum, at ábyrgd­ in einans liggur á einstaklinginum sum brúkara. Hetta kann seta størri trýst á ein­ staklingin og í summum føri føra til stress og tunglyndi. Um vit venda sjóneykuna frá brúkarunum, so eru nógv møgulig átøk, ið vinnulívið kann seta í verk fyri at berjast ímóti veðurlagsbroytingum og vísa samfelagsatlit. Tað er eingin loyna, at vinnulívið og tað almenna kunnu gera stóran mun. Disinvestment er blivið eitt tað mest um­strídda evnið í fíggjarheiminum. Størri krøv frá kundum um burðardygd setir trýst á bankar til at umleggja sínar vanligu íløg­ur til meira burðardyggar íløgur. Í hes­um sambandi hevur MFS havt eina sam­røðu við Gunnhild Dahl Niclasen og Sjúrð Hammer um teirra arbeiði at geva kundunum hjá Betri møguleika at velja íløgur í kolvetnisvinnum frá. Tey bæði stillaðu upp til umboðsráðið hjá Betri í 2020 við einari grønari dagskrá. Gunn­ hild bleiv vald inn í ráðið, meðan Sjúrður manglaði 10 atkvøður. Hóast tað bert var

Gunn­hild, sum slapp inn í ráðið, so hava tey arbeitt saman sum eitt sterkt lið.

Vilja taka íløgur úr kolvetnisvinnum Disinvestment merkir í stuttum, at man tekur sínar pengar úr feløgum, sum man ikki vil stuðla, t.d. vápnaframleiðsla og fyri­ tøkur, ið ikki virða menniskjarættindi. Hetta er ein máti at leggja trýst á fyritøkur og gera tær varugar við, at tær mugu leggja um og broyta teirra business model. Í umhvørvishøpi er disinvestment vorðið ein rørsla í nógvum londum, sum ynskir, at bank­ar, pensjónsfeløg, grunnar o.s.fr. taka sínar pengar og íløgur úr kolvetnisvinnum, t.v.s. gass, olju og kol fyritøkum. Enda­málið er at arbeiða ímóti veðurlagsbroyt­ing­um við at minka um nøgdina av vakstrar­ hús­gass­um, ið verða latin út í lofthavið. Sam­stund­is er endamálið eisini at geva kol­vetnis­vinnum ábyrgdina fyri teirra leik­ lut í veður­lagskreppuni. „Tað er gjøgn­um penga­heimin, at man kann gera nógv. Pen­sjóns­feløg og bankar gera íløgur fyri kempi stórar fyritøkur. So tað er her, at man kann stýra, hvar peningurin fer, og harvið gera stóran mun“ sigur Gunnhild. Lívrunnin brennievni - olja, gass og kol hava seinastu øldina verið drív­megin fyri tøkniliga og búskaparliga fram­gongd.

Hendan orkukeldan hevur og fer fram­ haldandi at hava týðandi leik­lut í al­heims orkuskipanum. Tíverri er fram­leiðslan og nýtslan av kolvetni tann størsti syndarin, tá tað kemur til veður­lags­broyt­ing­ar og lokala luftdálking. Tað er breið semja millum serfrøðingar um, at tað er neyðugt at skifta til varandi orkukeldur, sum dálka minni, t.d. vind-, vatn-, og sólorka. Dis­ invest­ment kann í hesum samanhangi hugsast sum eitt amboð til at skunda undir orkuskiftið. Tað er ein dýr íløga, men hon lønar seg í longdini.

Hví stillaðu tit upp? „Pengaviðurskifti og pen­sjónir fáa meg ikki upp at flákra“ sigur Sjúrður skemti­liga. Hann hevði arbeitt í Keyp­manna­havn eitt ár, áðrenn hann flutti til Før­oyar. Her skuldi hann stovna eina pen­sjóns­konto. Pensjónskassin kom út við einari deklara­tión, at teir vildu taka teirra pengar úr kolvetnisvinnuni orsakað av París-sátt­mál­anum. Tá Sjúrður hoyrdi hetta frá danska pensjónkassanum, fór hann veruliga at hugsa um støðuna í Fø­ royum. Tað hendir ov lítið á politiska pallinum á umhvørvisøkinum, og har hava Sjúrður og Gunnhild onga tíð at spilla. Vinnan í Føroyum er noydd at taka størri ábyrgd.

Betri telist millum tey størstu peninga­ samtøkini í Føroyum og eigur tí at vísa nógv størri samfelagsatlit, halda tey bæði. Sjúrður spurdi Gunnhild, um tey skuldu stilla upp til umboðsráðið hjá Betri. Tað gekk ikki meira enn ein dagur, so hevði Gunnhild longu svarað ja. Umboðsráðið hjá Betri er tann ov­asti mynd­ug­leikin hjá samtakinum og er mannað av viðskiftafólkum. Í umboðs­ráð­ num eru 35 fólk. Umboðs­ráðsval er annað

nú gevur Betri Pensjón kundunum møgu­ leika at velja váðastøði í sína pensjón. Jú meira váðafúsin kundin er, størri vinning kann hann vænta sær, men tað er eisini størri møguleiki fyri fíggjar­ligum tapi. Harumframt hevur pen­sjónsfelagið eisini lagt dent á etiskar íløgur og burðar­ dygd, tí hetta er nakað, sum kund­ar­nir við tíðini hava eftir­spurt meira. Betri hevur valt óetiskar íløgur frá. Hetta merkir, at tú sum kundi gevur pen­sjóns­felagnum pengar, og felag­ið kann brúka teir til at gera íløgur onkra­staðni, men teir mugu ikki fara til vápna­ fram­leiðslu, tubakk fyri­tøkur o.s.fr. Í løtuni er meira enn 75% av íløgunum í partabrøvum í feløg­ um, sum hava tikið aktiva støðu til burðardygd. Hesi feløgini skulu lúka ávísar treytir og standardir fyri burðardygd. Málið er at koma á 100% av burðardyggum íløgum um nøkur ár. Gunnhild vísir á, at hetta er nakað, sum er hent aftaná, at tey stillaðu upp. Tá man velur ávísar íløgur frá, so kann man vænta minni í vinningi, tí felagið hevur minni at gera gott við, men so er man tvørturímóti ikki við til at stuðla nøkrum óetiskum ella virksemi, sum er ringt fyri samfelagið, umhvørvið og búskapin sum heild. Eitt ynski, sum Gunnhild og Sjúrður hava

Tað er eingin loyna, at vinnulívið og tað almenna kunnu gera stóran mun. hvørt ár. Øll, sum hava eina trygging hjá Betri, kunnu fáa ein atkvøðu. Fyritøkur og stovnar við nógvum tryggingum kunnu fáa upp til 10 atkvøður. Tann formligi leik­ luturin hjá Umboðsráðnum er at skipa aðal­fundir felagsins, velja nevndina í Ogn­ ar ­felag Tryggingartakaranna, góð­kenna árs­roknskapin og gera møguligar við­ tøku­broyt­ingar.

Betri kann gera mun Betri Samtakið tillagar sínar vørur og tæn­ astur í mun til tørvin hjá kund­anum. Eitt

37


POLITIKKUR OG VINNULÍV

TÓRSHAVNAR KOMMUNA TÓRSHAVNAR KOMMUNA

borið fram til Betri, er, at kundar hjá Betri skulu hava møguleikan at velja íløgur í kolvetnisfyritøkum frá, eins og Betri hevur valt óetiskar íløgur frá. „Kanska fái eg ikki meira útgoldið, men tað klári eg væl at liva við. Heldur tað enn at stuðla dálk­andi virksemi“ – sigur Sjúrður. Hann heldur ikki, at framtíðar ættarlið skulu svíða fyri okkara per­sónligu íløgu í framtíðina. Harumframt vilja Gunnhild og Sjúrður hava, at Betri ger eina ætlan um blíva CO2 nevtralt. Hetta merkir, at Betri skal fjerna líka nógv CO2 útlát, sum samtakið fram­leiðir. Fyri at blíva CO2 nevtralar keypa fyri­tøkur ofta serstøk virðisbrøv, sum verða brúkt til at mótrokna útlátinum, t.d. planta trø. Evsta málið hjá grønu sam­starvs­felag­ un­um er at fáa Betri at vísa veru­ligt sam­ felagsatlit og vera ein partur av loysnini. Betri er eitt stórt samtak, sum kann ganga á odda og geva øðrum aktør­um íblástur at ganga somu leið.

Broyting tekur tíð Gunnhild og Sjúrður fingu ein pall beinan­ vegin at fortelja sín boðskap, tí dis­invest­ ment var ikki nakað, sum man tosaði um. Tað er ein fyrimunir at stilla upp við einari ítøki­lig­ari dagsskrá. Hóast tað fyri tað mesta hevur gingið væl, so eru summi ting, ið gera, at tað tekur tíð at fáa broyting. So skjótt man uppførir seg ella sigur nakað ideallistisk, so kann man skjótt verða ákærdur fyri ikki at hava skil fyri ting­unum. Tú skalt ikki halda, at tú kanst gera nakran mun. Slíkar sannføringar frá øðrum kunnu fáa teg at ivast í tínum arbeiði, men tað umráðandi at minnast, hví tú fórt í holt við hetta arbeiðið í fyrsti atløgu. Talan er um eina jantelóg, sum valdar í samfelagnum. Gunnhild og Sjúrð­ ur still­aðu ikki upp til Umboðsráðið fyri peng­arnarnar; tá Gunnhild hevur rind­að skatt av tí hon fær, fer restin til Veður­ lags­lóg NÚ. Føroysku peningastovnarnir hava gjørt nøkur onnur átøk ímóti veður­lags­broyt­ ingum, t.d. grønt bústaðarlán, grønt billán og íløgur í grøna orkuskifti. Í Føroyum eru fyritøkur, land og kommunur byrjaðar at fremja fleiri veðurlagsátøk og keypa meira el-bilar. Gunnhild heldur alt gott

38

um tað, men vísur eisini á, at vit skulu ansa eftir greenwashing. Greenwashing verður brúkt av fyritøkum til at lýsa eina vøru til nakað grønari og burðardyggari, enn hon veruliga er, fyri at fáa fleiri at keypa hana. „Óansæð um okkum dámar tað ella ei, so liva vit í einum kapitalistiskum heimi,“ sigur Sjúrður. Tað kann tí vera trupult at fremja radikalar broytingar, tí evsta málið hjá fyritøkum er at fáa størst møguligan vinning. Bygnaðarligar broytingar taka langa tíð og krevja nógvan vilja.

Tín innsatsur ger eisini mun Gunnhild og Sjúrður vísa á tríggjar mátar fólk kunnu gera mun. Fyrst og fremst kunnu allir kundar skriva til sín banka ella pensjónsfelag og boða frá, at møguleikin at velja íløgur frá er nakað, sum tey ganga høgt uppí. Hetta setir eitt trýst á bankan, og ger tað lættari hjá bankanum at síggja, hvat kundarnir ynskja. Tað næsta ráðið kennir tú nokk aftur, Brúka minni, sigur Gunnhild einfalt. Í dag forbrúka vit alt for nógv. So leingi vit eru hesir stóru forbrúkarnir, so blívir tað við. Gunnhild sigur, at fólk ofta halda, at tey eru radikal, men hon heldur, at tað er meira radikalt, at vit kunnu halda fram eins og vit gera, tí tað broytir einki. Hon heldur ikki, at tøkniligar loysnir einsa­ mallar fara at koppa veðurlagskreppuni, vinnan kann ikki einsamøll berjast ímóti veður­lags­broyt­ing­um, tí lívsgrundarlagið hjá fyritøkum eru kundarnir og teirra eftir­spurn­ingur. Tað besta er, um bæði vinnan og brúkarnir gera sítt besta at berjast ímóti veðurlagsbroytingum, og politiska skipanin má sjálvandi eisini við. Síðsta ráðið er luttøka. Lut­tøka er týdn­ ing­ar­mikil fyri eitt væl­virk­andi sam­felag. Hugsa um, hvønn politik­ara tú velur. Brúka tín atkvøðu­rætt til at stuðla politikar­inum, ið um­boðar teg best. Tað er eisini um­ ráðandi at stuðla teim­um átøkum, sum eru, eitt nú veður­lags­verk­føllum. Tú kanst engagera teg í tí, sum tú hevur yvirskot til. Tær nýtist ikki at vera á odda, men stuðla. Á henda hátt kanst tú vera við til at vísa, at fleiri leggja í tað. Gunnhild leggur afturat, at har eru nógvir felagsskapir, har tú kanst tekna teg sum lim, t.d. FNU ella Veðurlagslóg NÚ.

Summarferiuavloysarastørv Summarferiuavloysarastørv Vilt tú gera mun og hevur tú áhuga at arbeiða við fólki, so hava vit fleiri starvsmøguleikar Vilt tú bæði gera mun oghjá hevur tú áhuga arbeiða við fólki,í so hava vit fleiri starvsmøguleikar til tín, heima borgarum og at á eldrabústovnum Tórshavnar Kommunu. til tín, bæði heima hjá borgarum og á eldrabústovnum í Tórshavnar Kommunu. Vit søkja eftir avloysarum, sum hava áhuga og hegni, at skapa ein góðan gerandisdag hjá teimum eldru, og Vit søkja eftir avloysarum, sum hava áhuga og hegni, at skapa ein góðan gerandisdag hjá teimum eldru, og samstundis veita ta røkt og umsorgan, tey hava tørv á. Summarferiuavloysarstarvið kann geva tær viðkomandi samstundis veita ta røkt og umsorgan, tey hava tørv á. Summarferiuavloysarstarvið kann geva tær viðkomandi starvsroyndir, sum tú seinri kanst brúka og vísa á. starvsroyndir, sum tú seinri kanst brúka og vísa á. Søkt verður eftir avloysarum tíðarskeiðið 1. juni til 31. august 2022. Søkt verður eftir avloysarum tíðarskeiðið 1. juni til 31. august 2022. Tú kanst lesa meira um okkum á torshavn.fo Tú kanst lesa meira um okkum á torshavn.fo Áhugaðir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við eindleiðarar umvegis teldupost til Ingun Eidesgaard, Áhugaðir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við eindleiðarar umvegis teldupost til Ingun Eidesgaard, ie@torshavn.fo, Biritu T. Clementsen, biritac@torshavn.fo ella Jóhannu við Streym, johannav@torshavn.fo. Til ber ie@torshavn.fo, Biritu T. Clementsen, biritac@torshavn.fo ella Jóhannu við Streym, johannav@torshavn.fo. Til ber eisini at ringja á telefon 302000. eisini at ringja á telefon 302000. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Einstøku umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt tær verða móttiknar. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Einstøku umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt tær verða móttiknar. Umsøkjarin far svar so skjótt umsóknin er viðgjørd. Umsøkjarin far svar so skjótt umsóknin er viðgjørd. Umsókn verður at senda til: Umsókn verður at senda til:

TÓRSHAVNAR KOMMUNA TÓRSHAVNAR KOMMUNA Teldupostadressu: torshavn@toshavn.fo Teldupostadressu: torshavn@toshavn.fo undir frámerkinum »Summarfrítíðaravloysari røkt« undir frámerkinum »Summarfrítíðaravloysari røkt«

torshavn.fo torshavn.fo


POLITIKKUR OG VINNULÍV

How to Weather the Current Climate Storm

The climax

M

The falling action

ost of us are aware of the re­per­cus­ sions of climate change, but in the interest of reaching those less aware, we will provide a cliché, but unfortunately factual list of things happening on this planet:

Derek Terell Allen President of LÍS Landssamtök íslenskra stúdenta

Erla Guðbjörg Hallgrímsdóttir Medical student at Aarhus Universitet International Officer of LÍS Landssamtök íslenskra stúdenta

40

Earth is getting warmer. Ice is melting. Weather conditions are getting more extreme by the day. Pollution is rapidly increasing. By the time the listing of all of the en­ viron­mental horrors facing us is finished, hum­ans would have to colonize Mars due to Earth’s inhospitable climate. As your close Nordic neighbors, we are just as aware as you are that climate change is wreaking havoc on society as we know it. Thankfully, Iceland is quite an ambitious nation when it comes to

combating climate change and its terrible consequences. This is especially true of our nation’s young people, as we have let our voices be heard loud and clear. Although we do not know the specifics of the politics in the Faroese climate debate, we hope to be able to use our experience here in Iceland to inspire you and give you ideas as to what to do next.

The beginnings LÍS has always aimed to be environ­ mentally aware, but we got a huge opp­ ortunity to take this a step further in the beg­inn­ing of 2019. That was when we joined forces with local environmentalists, human rights activists, and student re­ pre­sent­atives in both higher and second­ ary education in the Fridays for Future campaign. Every Friday at noon, we pop­u­ l­ated the space across from the Icelandic House of Parliament in an effort to get our representatives to take action on climaterelated issues. Everyone brought their signs, chalk, and passion. Some of these climate strikes were bigger than others, with some of the bigger ones attracting hundreds of people, including politicians. We were clearly being seen, and this was a cause for celebration.

After having worked to bring attention to the climate crisis, we, in turn, got positive attention directed at our organization. Alongside the young powerhouses that we joined forces with at the start, we would go on to earn a litany of awards. In 2019, the Reykjavík City Mayor would go onto award us the title of „Eldhugar“ in environmental issues. Towards the beginning of the following year, in order to better orient ourselves and our great work in this field, we crafted and approved our sustainability policy at our 2020 general assembly.

Days after our 2020 general assembly, Iceland would succumb to COVID-19. While this obviously negatively affected our climate strikes being that people were discouraged from gathering, it also made it so that climate disaster was not the political issue occupying most people’s brains. This stopped us for a while and the movement was rather quiet. However, we eventually got back into the groove of things as there’s nothing Zoom can’t do. Electronic climate strikes, and eventually in-person strikes with masks and social distancing became the norm. At the end of 2020, we earned the coveted Jafnréttisviðurkenning from Iceland’s Equality Council. This award was a great way to pick the morale up at the end of a brutal year. While attendance is not what it used to be, we are slowly building our way back up to the numbers we used to have. There have been a couple of bigger strikes since our valiant return, in which music

boomed and vegan and/or soon-to-be disposed of food filled us up. We look forward to seeing how this new era of climate strikes evolve and hope to get people back on board with us.

The resolution? Can we reach a resolution in this dilemma? Is it doable within 10 years? 50 years? In our lifetimes? Time will tell, but at LÍS, we maintain a sense of healthy optimism. While things do look bleak, we have a vision for the future that we hope comes to fruition. On that note, what better way to end this column than with a chant. This chant is a mainstay at our climate strikes and always gets people motivated. It’s in Ice­ landic, but since our languages are not too far apart, you might still be able to make heads and tails of it.

Hey hey! Hó hó! Mengunin er meira en nóg! This can be repeated as many times as desired. It’s a good way to boost people’s spirits and get attention from tourists, some of which end up joining us in our strikes! We hope to light a metaphorical fire under you and other Faroe Islanders read­ing this to go and be agents of change. Know that you always have a comrade in us and that the government’s complacency in dealing with climate issues will come to an end.

41


V Elsa Berg Veðurlagslóg nú

Tráin Petursson Nónklett Veðurlagslóg nú

it eru í eini absurdari støðu. Vit eru í eini veðurlagskreppu, vit merkja og síggja tað, og granskarar staðfesta tað, men í Føroy­um hava vit ongan veðurlagspolitikk. Hitin á jørðini økist og økist, og avleiðingarnar eru ógvusligar. Tey seinastu árini hava vit upplivað, hvussu veðurlagskreppan hevur við sær ræð­andi, álvarsom og oyði­leggj­ andi veður­lagsfyribrigdi, sum bæði raka aðra­staðni og her heima. T.d. at fiska- og fuglastovnarnir, sum føroyingar hava livað av tey síðstu mongu hundrað árini, mis­ trívast. Vit skulu tí handla nú, og kom­ andi tíðin hevur alt at siga. Teir før­andi veður­lags­gransk­ar­ar­nir eru samdir um, at vit mugu handla nú fyri at fyri­byrgja teim­um verstu avleiðingunum av veður­ lags­krepp­uni. Tí eiga vit at taka støðu til: hvussu nógv skulu vit minka um útlátið? Nær skulu Føroyar verða útlátsfríar? Hvussu gera vit tað? Vit skulu svara hesum spurning­ unum sum skjótast, soleiðis at vit kunnu fara í gongd og veruliga flyta nøkur ting.

Søgan um tann óbindandi veðurlagspolitikkin Føroyar samtyktu í 2009 ein veðurlags­ politikk. Eitt samt Løgting tók undir við

Tey seinastu árini hava vit upplivað, hvussu veður­lags­ kreppan hevur við sær ræðandi, álvarsom og oyði­­­leggjandi veðurlagsfyribrigdi 42

Farni veðurlags­ politikkurin bleiv samtyktur

1000 tons av CO2 eindum

Vit skulu hava eina bindandi veðurlagslóg

Útlát av vakstrarhúsgassi

POLITIKKUR OG VINNULÍV

Útlátið var 93% hægri enn málið í politikkinum

*Í 2005 var útlátið av vakstrarhúsgassum 840.561 tons av CO2 eindum. Í 2020 skuldi útlátið vera í minsta lagi 20% lægri enn útlátið í 2005 tvs. 672.449 tons av CO2 eindum. Útlátið í 2020 var tó søguliga høgt á heili 1.301.076 tons CO2 eindir, t.e. 93% hægri enn útlátsmálið.

uppskotinum, og allir politisku flokkarnir vóru uppskotsstillarar. Málið var, at útlátið av vakstrarhúsgassum í 2020 skuldi vera í minsta lagi 20% lægri sammett við út­ látið í 2005. Veðurlagspolitikkurin var tó ikki bindandi eins og ein veðurlagslóg, men var eitt uppskot til samtyktar. Tað merkir, at uppskotið var ein áheitan frá Løgtinginum til Landsstýrið um at koma við lógum fyri at røkka málinum. Og úrslitið var eisini hareftir. Neyðugu lógirnar komu ikki í Løgtingið og vóru ikki samtyktar, og heldur enn at útlátið minkaði við í minsta lagi 20%, øktist tað munandi og í 2020 var útlátið 93% hægri enn tað ásetta máli*. Í praksis er tað tó ikki akkurát ein breið semja um góð, sterk og munandi veður­ lagsátøk, sum hevur ímyndað veður­lags­ kjakið síðstu árini. Heldur tvørturímóti. Breið semja hevur heldur verið um at økja um búskaparvirksemið og nýtsluna, óðan­sæð hvør umhvørvisligi kostnaðurin av tí er og hevur verið. Vit kunnu fegnast um tað fyrireikandi arbeiði, sum varð gjørt, men tá tað kemur til stykkis, vísir tað seg, at tað er púra ókeypis at sam­ tykkja eitt upp­skot til samtyktar ella ein óbindandi veður­lagspolitikk. Lítið og einki hendi aftaná - sum við so nógvum øðrum óbind­andi málum og ætlanum.

Ídnaðurin stýrir útlátinum og politikkarar hyggja at Útlátskurvan í Føroyum vísir eitt greitt rák. Tað eru ídnaður og virksemi í landinum, sum stýra útlátinum, og søguliga sæð eru tað einans búskaparkreppur, sum hava minkað um útlátið av vakstrarhúsgassum

her heima. Tað var galdandi í 2009 og 2011. Eingin politisk ætlan ella átøk hava megnað at vent útláts­gongdini enn, sí mynd. Síðstu árini hava vit m.a. sæð, at orkutungir ídnaðarbólkar hava tvífaldað orkunýtsluna, t.d. aling á landi og uppi­ sjóvarvirki, meðan eingi krøv ella gula­røtur eru givnar til at minka um el-nýtsluna ella at seta sólorku á virkini. Til saman­ beringar øktist streymnýtslan hjá øllum húsar­haldunum í nógv minni mun sama tíðarskeið. Við Paríssáttmálanum hava heim­sins lond bundið seg til at halda miðal­upp­ hit­ingina væl undir 2 hitastig og helst undir 1.5 hitastig. Frágreiðing hjá veður­ lagsbólkinum, IPCC, hjá ST, vísir, at við hitaøking uppá 2 hitastig fara vit at síggja ógvusligar avleiðingar, og tað hevur tí stóran týdning at halda fast í 1.5 hitastig málinum. Fyri at røkka hesum málinum skal heimsútlátið minka við 45% í 2030 sammett við útlátið í 2010. Sum nú er fara lovaðu politikkir hjá heimsins londum at hava við sær eina miðalupphiting uppá minst 2,7 hitastig í 2050, sum verður tann vissi deyðin fyri nógv. Vísindafólk vísa á, at hvør einstøk hitaøking hevur við sær ógvusligari og títtari veðurlagsekstremar, sum vit hava sæð síðstu árini, t.e. turkur, vatnflóðir, hitabylgjur, ógvusligt avfall, skóg­ar­eldar o.s.fr. í fleiri økjum.

Neyðugt við bindandi veðurlagslóg Hvørt tons av vakstrarhúsgassum telir,

og hvør upphiting, sum vit kunnu forða, hevur alstóran týdning fyri, hvussu ógvu­ slig veðurlagskreppan verður. Hetta sig­ur, veðurlagsbólkurin hjá ST í nýggj­astu frá­ greiðingini frá 2021. Vit hava tí ikki stund­ir at royna „eydnuna“ aftur við ein­um óbind­ andi veðurlagspolitikki, eins og lands­stýrið arbeiðir við. Vit hava brúk fyri eini bindandi veður­ lagslóg. Ein veðurlagslóg skal binda Føroyar til at áseta sær eitt mál um útlátsminking, ið er í samsvar við parísavtaluna. Lógin skal haraftrat við ásetingum tryggja, at veðurlagspolitikkurin hjá okkum ikki bara er ein politiskur dreymur, men at allar komandi samgongur hava skyldu til at samtykkja munandi veðurlagsátøk. Tað hevur týdning, hvussu ein veðurlags­ lóg verður smíðað, fyri at hon skal vera bindandi. Hon skal orðast við umhugsni fyri at fáa styrki og bindandi effekt. Í stutt­ um skulu vit áseta eitt útlátsmál fyri Før­ oyar í lóggávuni, men tað í sjálvum sær ger ikki málið bindandi. Tað skulu fleiri ásetingar til at tryggja, at øll landsstýri skulu fyrihalda seg til veðurlagskreppuna. Vit skjóta tí upp, at ein bindandi veður­ lagslóg skal í minsta lagi innihalda hesi punkt: » Føroyar áseta eitt mál um útláts­ minking fyri 2030 sum er í tráð við paríssáttmálan, og áseta árstal fyri, nær Føroyar skulu vera útlátsfríar.

» Føroyar áseta sær partmál fyri 5. hvørt ár fram til 2030 og frameftir. » Veðurlagsfyrilit skulu vera partur av øllum politiskum málum og ætlan­ um. » Ein ítøkilig virkisætlan skal gerast, sum lýsir hvørji átøk verða sett í verk fyri at røkka útlátsmálunum, og nær tey skulu setast í verk. » Eitt óheft ráð skal á hvørjum ári meta um gongdina í samlaða út­ lát­inum, og um samanhangur er millum virkisætlanina og útláts­mál­ ini. Ráðið, sum verður mannað av ser­frøðingum, skal eisini virka sum ráðgevi í mun til møgulig veður­ lagsátøk. » Heldur útlátið fram við at økj­a st, ella tað ikki minkar nóg skjótt, skulu fleiri og betri átøk til. Tá skal lands­ stýrisfólkið í veðurlagsmálum leggja fram nýggj og sterkari veður­lagsátøk. » Varandi orka skal ikki oyðileggja ella skaða náttúruna og lív­marg­feldið meir enn hægst neyðugt. Samlað vilja hesi punkt syrgja fyri, at veðurlagskreppan ikki kann ignorerast og verða gloymd, eins og vit hava upplivað frá 2009. Vit hava enn tíð og møguleika at forða fyri verstu avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum, og einhvør upp­ hiting, sum heimssamfelagið klárar at forða, er ein bati. Tað er bert viljin, sum manglar, tí at hugskotini og loysnirnar mangla ikki. 43


POLITIKKUR OG VINNULÍV

Tey ungu hugsa grønt Tey ganga ikki í skjúrtu og slipsi, men eru tó beinhørð business-fólk. Tey ganga í jogging-klæðum og búgva heima hjá foreldrunum. Sum børn spældu tey ikki í fjøruni og í haganum. Tey spældu á internetinum, har øll heimsins vitan er tøk, og undirhaldið er ókeypis. Nú melda tey seg inn á virðisbrævamarknaðin, og fleiri og fleiri seta strong krøv: Fyritøkur og íløgufeløg skulu vera burðardygg.

S

einastu árini hava vit í Betri Banka sæð ein vaks­­andi áhuga millum ung at gera íløgur í virðisbrøv. Orsakirnar eru iva­ leyst nógvar. Ein orsøk er eitt størri forvitni og økt samskifti millum ung í bólkum og á sosialum miðlum um virðisbræva-markn­

Ein orsøk er eitt størri forvitni og økt samskifti millum ung í bólkum og á sosialum miðlum um virðisbræva-marknaðin og einstøk virðisbrøv.

44

að­in og einstøk virðisbrøv. Ein onnur orsøk til vaksandi áhugan er, at rentu­støðið sein­ astu árini hevur verið met­lágt. Eitt lágt rentu­støði er gott, um ein til dømis fer at keypa sær ein bústað, tí fíggingin verður bíligari. Men eitt lágt rentu-støði er ikki gott fyri upp­sparingar, sum standa kontant á kontu í bankanum. Lága rentan ger, at kundar ikki longur fáa eitt avkast við at hava eina upp­spar­ing standandi kontant. Tí verður leitað eftir alternativum møgu­leikum, og at seta peningin í virðis­brøv – serliga partabrøv – er ein møgu­leiki. Vit gerast øll meira tilvitað um okkara leiklut í heims­sam­ felag­num, og vit ynskja at taka

ábyrgd og at gera okkara part fyri at liva burðar­dyggari. Eitt nú verða bensin- og diesel­bilar skiftir út við elbilar, og oljufýr verða skiftir út við grønari orkuloysnir. Betri Banki ynskir at stuðla undir hesum grønu loysnunum og bjóðar bíligari fíggj­ ar­møgu­leikar til kundar, sum velja grønar loysnir. Hetta rákið, at taka burðardyggari av­ gerð­ir, sæst eisini, tá íleggjarar skulu velja, hvørji virðisbrøv teir skulu gera íløg­ur í. Fleiri og fleiri íleggjarar seta krøv til fyri­ tøkur og íløgufeløg um at taka burðar­ dyggar avgerðir. Hetta er eitt rák, sum vit síggja um allan heim og ikki bara her í Føroyum. Hvussu kann ein íleggjari so vita, um ein íløga er burðardygg ella ei? Tað kann vera torført at finna út av, men ein kann peila seg av við at hyggja at ESG-talinum, og um talan er um eitt norðurlendskt íløguprógv, so kann ein kanna, um íløguprógvið hevur sokallað svanamerki. ESG stendur fyri Environmental, Social and Governance. Hægri ESG-talið er, burð­ ar­dyggari verður fyritøkan mett at vera. Hugt verður at, hvussu fyritøkan ávirkar umhvørvið, og m.a. hvussu fyritøkan brúk­ar rávøru og vatn, og hvussu stórt CO2-útlátið er. Kannað verður, hvussu so­si­alu viðurskiftini í fyritøkuni eru, um fyri­tøkan virðir mannarættindini, og um arbeiðs­um­støð­ur­nar og trygdin eru í lagi. Hugt verður eisini at leiðslu­strukturinum í fyritøkuni, og hvussu stórur vandin er fyri korrup­tión og skattasviki. Trupulleikin við ESG-talinum er, at tað ikki er ein fastur stand­ard-útrokningarháttur, og at tað eru grein­ingar­f yritøkur, sum áseta ESG. ESG kann tó avgjørt verða nýtt til at fáa eina met­ing av, um fyritøkan er burðardygg ella ei. Norðurlendsk íløguprógv kunnu fáa svana­merkið, um íløguprógvið lýkur 25 ymisk­ar treytir. Íløguprógv, sum eru svana­ merkt, kunnu m.a. ikki gera íløgur í fyri­ tøkur, sum í stóran mun dálka um­hvørvið, fyritøkur, sum bróta menn­iskja­rætt­indini, og í fyritøkur, sum selja vápn.

Góð ráð Um tú velur at gera íløgur í partabrøv, so átekur tú tær ein váða, tí íløgan kann fella í virði. Tí er gott at spjaða váðan við at gera íløgur í fleiri ymiskar fyritøkur, ymiskar ídnaðir og í ymiskum londum. Tú fært eina góða váðaspjaðing við at gera íløgur í íløguprógv, og tí eru íløguprógv eitt hent amboð fyri at spjaða váðan. Týdningarmikið er at hyggja at íløgum í partabrøv sum eina langtíðaríløgu. Onkuntíð kann virðið á partabrøvum sveiggja nógv, men søguliga vísa tøl, at íløgur í partabrøv eru tann íløgan yvir tíð, sum hevur givið hægst avkast. Um so er, at tú skalt nýta peningin innan 2-3 ár, so eru íløgur í partabrøv møguliga ikki eitt gott val fyri teg. Ungdómur kann stundum vera lættur at lokka og fella fyri freistingum í einum tíðarráki. Hetta hava vit eisini upplivað í Betri Banka. Seinastu tvey árini hava einstøk partabrøv verið serliga væl umtókt millum ungdómin. Hetta kemur ivaleyst av práti um kurshækkingar og kjatti í bólkum og sosialum miðlum. Vit í Betri Banka royna eftir besta førimuni at minna ungdómin á at taka skilagóðar avgerðir og at hugsa seg væl um, áðrenn hoppað verður í eitt tíðarrák. Søguligur kursvinningur er als eingin trygd fyri framtíðarvinning. Serliga um søguligi vinningurin hevur verið borin uppi av einum modernaðum tíðarráki heldur enn av búskaparligum viðurskiftum.

Nógv er at hugsa um, tá tú umhugsar at gera íløgur.

Ert tú í iva, ella hevur tú spurningar um íløgur, so ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Markets í Betri Banka.

dealer.banki@betri.fo | +298 348000

45


POLITIKKUR OG VINNULÍV

Burðardygt Vinnulív –

Collaborating for a green transition I Johannes Jensen CEO of Gist og Vist Chairman of Burðardygt Vinnulív

n January, we celebrated one year of Burðar­dygt Vinnulív, a CEO network of businesses operating in the Faroe Islands with a vision to lead the green transition through sustainable value-creation. We all have one thing in common – an ambition to understand and address the risks and opportunities we face from climate change and biodiversity loss. We established the net­work because we believe that we can advance further and fast­er by working together. In Sep­­ tem­ber 2021, we launch­ed a report which out­­lines our plan to follow scient­ific re­c­ omm­enda­tions to re­duce our GHG emiss­ ions and add­ress po­tent­ial im­pacts on bio­diversity with ex­pert supp­ort.

Which companies are in the network? Burðardygt Vinnu­lív’s mem­b ers are a di­ver­se group with diff­er­ent ownership structures and mark­ets. We are made up of large, medium, and small companies. Between us, our scope 1 (direct) and 2 (in­ direct) CO2e emissions made up around 11% of the Faroese emissions in 2020. Our activities extend beyond the Faroe Islands: we have operations in more than 46

cover everything from developing a car­ bon report of our scope 1 and 2 emiss­ ions to creating a corporate sustain­ability strategy that addresses our most material issues. There is a Steer­ing Comm­ittee with the leaders from each company, and then we have work­streams with other key decision-makers, who are also working on the day-to-day opera­t­ions in our com­ panies. They will also be responsible for making the changes needed to meet our targets.

What targets have you set? We are the first group of Faroese com­ panies to set targets to reduce our GHG emissions in line with the Paris Agree­ ment goals, which we plan to sub­mit to the Science Based Targets Initiat­ive for verification. We have all committed to reducing our scope 1 and 2 CO2e emissions by at least 50% by 2030, and three of us have committed to reaching net-zero

We have all committed to reducing our scope 1 and 2 CO2e emissions by at least 50% by 2030 CO2e emissions by 2030 (Føroya Tele, Gist og Vist, SMJ). All targets have been ass­ured by Januar, who is our partner on the initiat­ive. Each business has also committed to a net-positive im­pact on biodiversity in at least one area of their activi­ ties by 2030. These cover a range of issues from birdlife, ocean pollution, raw ma­ ter­ i al mining, land-use change, and so on. They cover direct and indirect im­ p act s and require support­ing customers and suppli­ers and even

work­ing with each other in some cases. These commitments are ambitious, and much work will need to go into devel­op­­ing a baseline, finding appropr­iate metr­ics, and then finding solutions. This is not a small task.

Is this a voluntary initiative? Yes, we are doing this off our own bat. There are no regulatory requirements for us to do so. Still, Faroese businesses are indeed a few years behind some of our neighbouring countries in this regard, so if the industry wants to remain competitive, we need to catch up and show our commitment to these issues.

ten countries, and our supply chain and customers extend across four continents. We all play an essential part in the Faroese business ecosystem, and many of us have been working together in one way or another for several years. We are Bakkafrost, Betri, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist og Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ, and Vónin.

Which issues are you working on? We face different environ­mental chal­l­ enges but re­duc­ing our GHG emiss­ions is something we all need to do, however big or small we may be. For many of us, that will mean working much more closely with our suppliers and our customers to support them on this same journey. We are also improving our under­stand­ ing of the impact we have on land and ocean environments to miti­gate any po­t­en­t­ial negative impact and further ex­plore how we might have a positive im­pact in the future.

What happens when you meet? When we meet, we learn together. We 47


POLITIKKUR OG VINNULÍV

Representatives of the member organizations: Betri, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist og Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ, and Vónin.

talent to fill new green jobs in the future. We need to be ready to make the most of the opportunities this green transition could bring.

What motivates you to do this if it is not a requirement?

We are talking to the Gov­ern­ment and regulators about some of the challenges we face. We hope perhaps these can be over­come, not only for us but also for other Faroese com­pan­ies to benefit from an easier en­viron­ment in which to transi­tion.

and coverage they deserve. However, the world is in crisis, and whether we like it or not, our lives will be fundamentally affected by it. Scientists advising policymakers are calling this a „code-red“ situa­ tion. It does not get more urgent than that.

What is your greatest challenge?

What are the most important things needed for this transition?

Even though they are not in reality, clim­ ate change and biodiversity loss still seem to be quite removed from our daily lives, particularly in this island community, so, understandably, the Faroese press may not have given these issues the attention 48

I think three key things are essential for this transition. The first is the right regulatory en­viron­ ment. At the moment, we are definitely lagging behind other countries where we

see both ‘carrots’ and ‘sticks’ in place to encourage the private sector to transition. Of course, we must adopt the right appr­ oach for our country, but we can also look to others for inspiration from initiatives that have worked for them. The second is public awareness and support for a speedy transition. I imagine that most politicians understand the im­ portance of this agenda, but any system built primarily on getting votes will aim to do just this. Awareness of these issues needs to grow and young people’s voices to be heard. The third is a good pipeline of skills and

Within the group, many of us believe this is the right thing to do on a personal level. The green transition has to happen, and it will happen, so it is better to be at the front of the wave, even if it means that we are sometimes subjected to critic­ism and cynicism as a group. We dis­cuss res­ ponsible leadership a lot, and it is some­ thing we want to be remembered for. Our generation is the first to have know­ ledge about the impact we have had on our planet, so we have a responsibility to future generations to act, demonstrating both personal and collective leadership.

What would you say is the best part of the initiative? Adopting a collaborative approach under­ pins all our work. Not only by sharing best-practice within the group but also by est­ablish­ing conversations with other actors in the Faroes. The industry has not been very good at engaging with some of its key stakeholder groups, and I think this is necessary if we are serious about making a difference here in the Faroe Islands.


3.

Náttúruvísindi og gransking Viðbreknu Føroyar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 52 Jarðarinnar Markvirði . . . . . . . . . . . . . . . . 56 „...og veðrið næstu dagarnar:…“ . . . . . . . . . 58


NÁTTÚRUVÍSINDI OG GRANSKING

Viðbreknu Føroyar Ein hugleiðing um ávirkanina av seyðabiti og veðurlagsbroytingum á plantusløg í Føroyum Fjarskotnu Føroyar

Kolbrún í Haraldsstovu Kanditat í umhvørvisfrøði (Environmental Science). Deildarleiðari á Plantudeildini á Tjóðsavninum

Føroyar, eitt lítið oyggjasamfelag, liggja fjarskotnar í Norðuratlantshavinum. Brøtt fjøll, seyður og einsháttað graslendi er tað, ið eyðkennir føroysku náttúruna. Oyggj­arnar eru so lítlar, at tær hómast ikki ein­gongd á heimskortinum! Hóast tað, eru Føroyar eitt sera týdningarmikið gransk­ingar­øki í altjóða høpi. Fjarskotna stað­set­ingin ger tað torført at spáa um veður­vánir og harvið avleiðingar av veður­ lags­broyt­ingum. Øll vitan úr Føroyum gerst tí ser­liga virðis­mikil og er við til at fylla eitt vit­an­ar­glopp í Norður­atlants­ økinum.

Viðbreknu Føroyar Plantuvøksturin, sum vit kenna í føroysku náttúruni, hevur sín uppruna ymsastaðni frá. Menniskju komu higar fyri uml. 1700 árum síðani og tóku tá plantur við sær, sum síðani eru farnar at vaksa vilt í Før­ oyum. Aðrar eru komnar við fugli, og aftur aðrar hava vindurin og sjógv­urin ført higar. Men tað hevur verið ein tung ferð hjá flestu plantum at finna fram til hesar

52

fjarskotnu oyggjar. Tær planturnar, sum hava klárað ferðina, hava síðani tillagað seg til serstøku náttúruna og veðurlagið ígjøgnum tíðina, og vaksa tí allarbest í Føroysku náttúruni. Men hetta merkir eisini, at tann vøkstur, sum trívist her, er ógvuliga viðbrekin. Viðbrekin í so máta, at ílegu fjølbroytnið er lágt. Tað ger plantu­ sløgini minni mótstøðufør enn á megin­ landinum, og tað merkir, at vøkst­urin í Føroyum ikki er serliga mót­s tøðuførur ímóti broytingum uttanífrá. Fyrr var tann vøkstur, vit síggja í gjá­um og homrum ídag, vanligur úti í høg­unum eisini. Tað hava kanningar av for­tíðar­ gróðri víst. Tá fólk fyrstu ferð komu til landið og høvdu seyðin við sær, legði seyðurin á henda ríka gróður, og tað vardi ikki leingi áðrenn hagin var týndur og fór at líkjast tí landslagnum, vit kenna ídag. Í dag síggjast leivdir av torv­s kurði sum sár í lendinum, og jarðriv eru ein van­lig sjón. Harðbalna veðurlagið ger somu­leiðis, at lendið er undir áhald­andi trýsti. Hóast vit menniskju altíð hava verið sera tengd at náttúruni, hava vit ikki altíð sýnt virðing og havt fyrilit fyri, hvat

53


NÁTTÚRUVÍSINDI OG GRANSKING

náttúrutilfeingið tolir. Djóra- og plantulív eru í vanda, tí menniskjaliga virksemið ofta ikki tekur atlit til náttúruna. Veður­ lagsbroytingar, sum nú eru eitt varandi fyribrigdi, gera somuleiðis at trýstið á náttúruna ongantíð hevur verið størri, enn tað er nú.

Framtíðar forsagnir Hóast vit ikki kenna allar ávirkanirnar av veðurlagsbroytingum á náttúruna í Før­ oyum, so eru kanningar gjørdar, sum vísa týði­lig­ar broytingar í gróðursamanseting og plantusamfeløgum orsakað av veður­ lagsbroytingunum. Framtíðar veðurvánirnar fyri havøkið í Norðurevropa kunnu væntast at hava við sær heitari veðurlag við meira avfalli, skýggjum og helst eisini harðari vindi, sambært IPCC. Um vit sameina hesar veðurvánir við tað longu harðbalað um­ hvørvið á fjallatindunum, og um vit hava

í huga, at fjallalendi hava lyndi til at blíva burturmáað av veðrinum og seyða­biti, ber til at ímynda sær einar ógvuliga øðr­ vísi Føroyar í framtíðini. Avleiðingar av áðurnevndu viðurskiftum kunnu føra til fleiri berar fjallasíður uttan gróður og lív. Somu­leiðis fer gróðurin, sum er at síggja í haganum í dag, kanska vera býttur um við gróður, sum átti at trivist betur í lág­ lendi. Fleiri ber økir á fjallasíðum gera, at plantu­sløg, sum eru vanlig í láglendi og áður ikki hava verið før fyri at kappast við kalt-tillagaðar plantur, fáa frítt spæl og møguleika at festa seg. Hetta tí at kappingin millum plantusløg minkar. Tey plantusløgini, sum vera mest útsett fyri álvarsomu útbreiðslu broytingum or­sakað av veðurlagsbroytingum, eru tí tey, sum hava tillagað seg til kulda og trívast best uppi í hæddini. Tey plantu­ sløgini, sum longu bert trívast í hædd­ ini, hava ongastaðni at fara, um hit­in

hækkar á fjallatindunum, og fara tí við tíðini doyggja út. Forsagnir vísa, at hósk­ andi gróðrarøkir hjá plantum, sum eru tillagaðar kulda, eru í stórari minking, og at hetta fer at føra til eitt stórt tap av lívmarg­feldi í framtíðini.

Uttan vitan er lítil virðing Hóast hetta er syrgilig kunning, so er tað kunning óansæð. Hetta er vitan, sum vit kunnu taka til okkum og gera nakað við. Vitan er okkara besta amboð í stríðnum ímóti veðurlagsbroytingum. Náttúruna eiga vit at taka atlit til og hava virðing fyri, men uttan vitan, hvussu kunnu vit hava virðing, og hvussu skapa vit tilknýti til náttúruna? Vit vilja verja tað, sum vit virðismeta, og vit virðismeta tað, sum vit skilja. Læra vit um náttúruna og um lív­margfeldið, gerast vit eisini meira til­

vitaði um okkum sjálvi, og hvussu vit ávirka náttúr­una. Føroyar hava eina serstaka náttúru, sum hevur lagað seg til føroyska veðurlagið. Tí er tað serliga umráðandi at kanna, hvussu náttúran í Føroyum er fyri - hvørji land­sløg, plantu- og djórasløg eru, og hvussu tey trívast. Tað er soleiðis, vit fyrireika okkum til eina ófrættakenda framtíð merkt av veðurlagsbroytingum, og eis­ini soleiðis vit tálma teimum avleið­ ingum, sum standast av hesum broyt­ ingum. Náttúran má raðfestast, tí hon er grundarlagið undir trivnaði, heilsu og vinnu í Føroyum. Uppbyggja vit vitan í Føroyum, gerast sambindingar millum drívhjól aftanfyri veðurlagsbroytingarnar sjónligari. Tað ger at vit kunnu ítøkiliggera ávirkanina á lívmargfeldið í einum øki, har avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum í stóran mun enn eru ókendar.

Forsagnir vísa, at hósk­andi gróðrarøkir hjá plantum, sum eru tillagaðar kulda, eru í stórari minking, og at hetta fer at føra til eitt stórt tap av lívmarg­feldi í framtíðini.

54

55


NÁTTÚRUVÍSINDI OG GRANSKING

Jarðarinnar markvirðir M Andrea Vang MSc Climate Change Københavns Universitet

enniskju hava, tey seinastu 11.000 árini, havt tann stóra fyrimunin, at veðurlagið hev­ur verði serstakliga støðugt. Tað støð­uga veðurlagið hevur lagt lunnar undir land­búnaðinum. Landbúnaðurin er or­søkin til, at vit hava ment samfeløg, og hann er enn grundarlagið undir okkara samfelag í dag. Hettar støðuga veðurlagið er nú undir broyting, vegna okkara mis­ nýtslu av tilfeinginum á jørðini. Jørðin hevur mørk fyri, hvussu nógv hon kann verða misnýt. Verður farið út um mark á einum ella fleiri økjum, kann tað gerast vandamikið fyri menniskju at livað á jørðini. Í 2009 gjørdi ein bólkur av granskarum av at finna hesi mørkini. Tey funnu fram til níggju mørk, sum saml­ að vera nevnd jarðarinnar markvirðir, Planet­ary Boundaries á enskum. Tey verða eisini kallað „the safe operating space of human­ity“. Hesi níggju mørkini eru: » » » » » » »

» »

Lívfrøðiligt margfeldi Veðurlagsbroytingar Nýggjar eindir (ikki natúrlig evni) Minkingin av ozonlagnum Mongdin av aerosolum í luftini Sýramongd í havinum Biokemiski streymurin (mongdin av evnunum fosfor og nitrogen, ið verða brúkt nógv í landbúnað)i Nýtslan av feskvatni Broytingar í lendisnýtslu

Á myndini síggjast tey níggju mørkini. Tey mørkini, sum enn eru í grøna økinum, eru ikki ein hóttan móti menniskjum. Tey, sum eru í tí gula økjunum eru farin

56

út um jarðarinnar markvirði, men har er enn óvissa, um hvussu stór hendan hótt­ anin er ímóti menniskjum. Tey, sum eru í appilsingula økinum, eru við vissu farin út um mark og kunnu vera ein stór hóttan ímóti menniskjum.

Nú tá vit vita, hvørji mørk eru, hvussu kunnu tey ávirka hvørt annað? Tað sæst, at serliga okkara nýstla av fosfor og nitrogen í landbúnaðinum og tað lív­ frøðiliga margfeldi er farið langt út um mark. Bæði tvey eru knýtt at okkara lendis­­nýtslu. Landbúnaðurin brúkar longu 40% av lend­inum á jørðini, og hettar er hægri enn markvirðið hjá jørðini (25%), tí er lendis­ nýtslan (land-system change) í gula øk­ inum. Landbúnaðurin sjálvur er orsøkin til, at farið er út um mark á biokemiska streym­inum og lívfrøðiliga margfeldinum. Hyggja vit eftir hvussu lendis­nýtsla og veður­lags­­broyt­ingar hanga saman, er ser­liga áhugavert at hyggja eftir, hvussu avskóging ávirkar veður­lagið. Tá trø í einum øki vera feld, og lendi verður um­gjørt til dyrkilendi, merkir hettar, at minni mongd av CO2 verður upptikið í tí broytta økinum, hettar leiðir tí til eina øk­ing av CO2 í luftini. Harumframt gerst jørð­in minni fruktagóð, tá hon er dyrkað nakrar ferðir. Hetta gerst til eina ónda ring­rás, ið leiðir til, at tørvur verður á enn størri lendi, fyri at kunna breyðføða somu nøgd av fólki. Uppaftur verri er tað, um skógir veðra feldir fyri at geva pláss fyri beitum til kría­túr,

serliga neyt og seyð. Tí hettar hev­ur eisini við sær, at teirra sodning av grasi letur út stórar nøgdir av methan, sum er eitt nógv sterkari vakstrarhúsgass enn CO2. Veðurlagið ávirkar eisini landnýtslu. Veður­lags­broytingarnar hava við sær, at veðrið gerst svikaligari. Tað vil siga fleiri ódn­ir, turkur, skógareldar, yvirflóð og mangt annað. Hettar gerst ein hóttan móti land­­búnað­inum, og ger tað torførari at verja seg fyri at gróðurin fer fyri skeyti.

Kunnu markvirðini seta avmarkingar fyri átøkum at steðga veðurlagsbroytingum? Eitt átak, sum kann minkað um útlátið av CO2, er at skifta frá fossilum brenni­ evnum til lívfrøðilig brennievni (biofuels). Hettar kann í framtíðini skapa eina mun­ andi minking av CO2 útláti, til dømis hjá flog­v innuni. Lívfrøðilig brennievni eru brenni­evni vunnin úr ymiskum plantum eitt nú soya, mais, raps ella pálmi. Hóast tey útláta CO2, tá tey vera brend, vera tey kort­ini flokkað sum CO2 neutral, tí teirra CO2 verður uppafturtikið av plantunum, ið vera dyrk­að­ar til brennievni (serfrøðingar eru tó ósamdir, um mann av sonnum kann kalla hetta CO2 neutralt). Hyggja vit at flogvinnuni sum dømi, varð ein kann­ing gjørd í 2015, um hvussu nógv lendi skal nýtast, um øll flogvinnan hevði

Veður­lags­broytingarnar hava við sær, at veðrið gerst svikaligari. Tað vil siga fleiri ódnir, turkur, skógareldar, yvirflóð og mangt annað. Hettar gerst ein hóttan móti land­búnað­inum lagt um til eitt brennievni gjørt úr pálm­olju. Úrsliti var 54 milliónir hektar, sum er áleið 0,4% av øllum lendi á jørðini. Hettar er sera nógv, serliga tá hugsa verður um, at hetta slagið av pálmi bert veksur í trop­unum, og tí má virðirsmikil skógur fellast fyri at gera pláss fyri pálmolju plantasjum, ið eru sera dálkandi og ringar fyri lívfrøðiliga margfeldi í nærumhvørvinum. Sum sagt, verður 40% av lendinum longu nýtt til landbúnað og annað, hóast mark­virðið er 25%. Hettar merkir, at um øll flutningsvinnan legði um til lívfrøðiligt brennievni, hevði hettar trýst okkum út í tað appilsingula økið fyri lendisnýtslu. Tað vil siga, at tá vit skulu finna burðar­ dyggar loysnir fyri at minka um veður­lags­ broytingar, ber ikki til at einans at hugsa um veðurlag. Tað er neyðugt at hugsað um samspælið hjá jørðini, tá tað kemur til øll tey 9 markviriðini, heldur enn at bert at hyggja eftir tí eina trupulleikanum.

57


NÁTTÚRUVÍSINDI OG GRANSKING

„...og veðrið næstu dagarnar:...“ O Rósa Heinesen Granskingarráðið

58

fta er ringt veður í Føroyum. Vit hava ódnir, sum kunnu ríva bilar, bingj­ ur, tekjur og heili hús burtur. Flúgv­andi leysalutir hava volt stóran skaða í granna­ løgum, brimið hevur skolað bátar, skip og heil havnarløg burtur. Fólk hava latið lív í ódnar ­veðrum. Veðrið hevur alstóra ávirkan á livilíkindi hjá bæði fólki og fæi, og tíðindastovur og fjølmiðlar gera nógv burtur úr veður­ líkindum og -forsagnum. Í Føroyum er ein nýggj veðurstova nýliga sett á stovn, og eftir hondini kunnu rættiliga neyvar veðurforsagnir gerast heilar vikur fram í tíð­ina, so at hædd kann takast fyri teim­ um av­bjóðingum, sum veðrið kann hava við sær frá degi til dags á landi og sjógvi. Men veðrið broytist eisini yvir longri tíðar­skeið, og eins og tær dagligu broyt­ ingarnar kunnu tílíkar langtíðar veður­ broytingar fáa alstóran týdning fyri livi­ líkindi og náttúruna sum heild. Okkara ommur og abbar minnast aftur á heitar sólskinsdagar og bítandi kava­ veður; eitt heitt ella kalt, turt ella vátt summar, ódnardagar ella liggjandi góð­ veð­ur við hátrýsti í vikuvís, og tey kunnu hava varhuga av, at veðrið sum heild var øðrvísi fyrr – at veðurlagið er broytt. Men hvørjar veruligar veður­lags­broyt­ ingar hava verið gjøgnum tíðirnar? Hvørjar veru­ligar upplýsingar hava vit um hetta, og hvørji tekin ella dátur kunnu brúkast til at siga nakað veruligt um veður­lags­ broytingar í framtíðini? Her kemur gransking í myndina. Gransk­­ ing byggir á veruligar mátingar, dát­ur, upp­ lýs­ing­ar og neyva professionella við­gerð av hesum dátum. Eins og gransk­ing hevur lagt lunnar undir ta tøkni og tær manna­gongdir, sum vit í dag nýta til dag­ligu veður­for­sagn­ ir­nar, so kann gransk­ing eisini siga okkum

nakað um, hvørjar veður­lags­broytingar veruliga hava verið gjøg­num tíðirnar, hvørjar kunnu vænt­ast í fram­tíðini, og hvussu tær kunnu ávirka livi­líkindi og náttúru. Tíverri er veðurforsøgnin fyri komandi øld ikki góð. Boðað verður frá kolandi stormi, turki, áarføri, melduródn, skóg­ ar­eldi, kavaódn, vatnflóð, heglingi, kulda­ bylgjum og hitabylgjum. Góðu tíð­indini eru, at vit menniskju sjálvi hava stóra ávirk­ an á veðurlagið og kunnu broyta døpru forsøgnina. Minni góðu tíðindini eru, at vit tykjast ikki at hava skund at gera tað. Tað er meira enn ein øld, síðan svenski vísindamaðurin Svante Arrhenius í 1896 staðfesti, at nøgdin av CO2 í lofthavinum ávirkar hitalagið á jørðini. Í 1959 ávaraði alisfrøðingurin Edward Teller, at við ver­ andi nýtslu av lívrunnum brennievnum (tá!) vóru vit fá áratíggju frá eini upphiting, sum kundi verða nóg mikið til at bræða innlandsísin og leggja New York bý undir í sjógvi. Óteljandi ávaringar eru komnar síðan hetta, men okkara útlát eru bara økt. Hendan øking sæst kanska týðiligast í sonevndu Keeling-strikumyndini, sum er grundað á mátingar frá støðini, ið vís­inda­ maðurin Charles Keeling bygdi á Mauna Loa í Hawaii í 1957, og sum støðugt hevur mátað CO2-nøgdina í lofthavinum síðan tá. Avrikið hjá Keeling verður av summum kallað týdningarmesta dátusettið frá 20. øld yvirhøvur, tí tað lýsir so einfalt og neyvt hesa risaavbjóðing, sum heimurin í dag má og skal fáa bilbugt við. Tað sigst, at tað góða við gransking er, at hon avdúkar veruleikan uttan mun til, um tú trýrt úrslitinum ella ei. Eyðkent er tó við vísindafólkum, at tey treyð­ugt vilja staðfesta nakað við fullari vissu. Nátt­úran í granskingini er so, at ein ávís óvissa nærum altíð fylgir við úrslitinum.

Ofta er hon evarska lítil. Týdningarleys í ger­and­is­høpi. Men í granskingarhøpi er tað óvís­inda­ligt at skava út yvir sjálvt ta minstu óvissuna. Hetta kann ørkymla leikfólk, tí at íborna óvissan – uttan mun til hvussu lítil – verður tíðum misnýtt til at sáa órímiliga stóran iva um granskingarúrslit, og í eini tíð við óendaligum ósáldaðum upplýsingum úr øllum heimsins heraðshornum er trupult hjá tí einstaka at skyna á, hvørjum ein skal trúgva. Dreymagróðrarlíkindi fyri fals­ tíðindi og sonevnd alternativ fakta, sum sáa iva um alt, eisini gransking í veðurlagi. Men tann íborna óvissan í granskingini er eisini orsøk til kravið um, at øll gransking skal eftirkannast. Hon skal endurskoðast, endurskapast, javnlíkametast og rann­ sakast út í æsir fyri at røkka einum so neyvum úrsliti, sum yvirhøvur gjørligt. Mátingarnar hjá Keeling eru eitt neyvt dømi um, hvussu áhaldandi gransk­ ing, áhald­andi innsavning av dátum og áhald­­andi eftirkanningar av innsavnaðu dát­unum kunnu veita avgerandi upp­lýs­ ingar, sum bara gerast týðiligari, neyvari og meiri sannførandi, sum tíðin líður. Og tað er henda gjølliga gjøgnumgongdin, sum í síðsta enda kann sannføra okkum um, at út av øllum teimum óteljandi upp­lýs­ing­um, sum vit kunnu útvega við nøkrum fáum klikkum, so eru úrslitini frá gransk­ing­ini tað besta, vit hava at líta á, tá ið á stendur – sum nú.

Okkum tørvar dygdargóða gransking til at eyðmerkja útlit, árin og vandar av veðurlagsbroytingunum. Hvørja ávirkan tær fara at hava á vistskipanir, búskap, heilsu og bygda umhvørvið. Okkum tørvar gransking til at gera framrokningar um fylgjur í okkara nærumhvørvi, til at finna hættir at avmarka skaðar, menna amboð til tillaging, til at menna orkusparandi loysnir og nýbygging, ið megnar at standa ímóti støðugt máttmiklari veður­f yri­brigd­ um. Tað er gransking, sum mennir okkara grundleggjandi vitan og fatan av veður­ lag­n um. Ger okkum før fyri at skilja, hvussu veðurlagið háttar sær, hvat drívur broyt­ingarnar og hvørja ávirkan tær fara at hava. Tað er vitan, ið er av­gerandi fyri at kunna taka hóskandi pol­it­isk­ar av­gerð­ ir, fyri at kunna tillaga okk­um og vón­ andi forða fyri varandi broyt­ingum. Tað er gransking, sum kann stað­festa, hvar mørkini til brádligar, stórar og ein­veg­ is broytingar ganga. Tað er um­fat­andi, tvør­faklig heildargransking, sum tvinn­ar sam­an grundleggjandi vitan um veður­ lags­broyt­ing­ar og til­búgv­ing­ar­møgu­leik­ ar. Hon mennir almennu vitanina um sam­spæl­ið millum menniskjað og um­ hvørv­ið, førir til munadyggar til­lag­ingar og avmarkingar og veitir betri eyg­leið­ ing­ar­skip­an­ir og forsagnir. Treyðugt so hava okkara politikarar alt ov leingi skúgvað ávaringarnar frá

granskarum um veðurlagskreppuna til viks. Politikarar leggja ov lítið í gransking. Teir leggja meira í vinnuna og teir leggja mest í atkvøður. Men lívið í vinnuni og atkvøðurnar eigur fólkið. Fram­tíðar­vinnur og framtíðaratkvøður eigur unga fólkið – og unga fólkið hoyrir ávaringarnar frá granskarum! Unga ættarliðið er aldeilis tilvitað um umhvørvið. Tey eru tilvitað um, hvat tey keypa. Tey hava vilja til at broyta lívsstíl, og tey seta krøv til framleiðarar um burðar­ dygd. Tey streika fríggjadagar, avmarka sítt burturkast, endurnýta, keypa minni, eta ikki kjøt, nýta ikki eingangsvørur og tey royna at spilla sum minst. Í eini stórari meiningakanning frá des­ em­ber 2020 við yvir 27.000 lut­tak­ar­um frá 27 ymiskum londum, ið øll vóru fólk undir 30 ár, kom fram, at 60% rað­festa grund­leggjandi samfelagsligar bygnaðar­ broyt­ing­ar fram um at fáa búskapin aftur á „normalt“, tá ið koronukreppan hevur lagt seg. 81% av teimum spurdu hildu, at vørumerki eiga at ganga á odda við neyð­ug­um broytingum, og 85% vildu fegin hjálpa fyritøkum við hugskotum til, hvussu tær kunnu fremja hesar broytingar. Har­um­framt svaraðu 93%, at tess størri sosiala og umhvørvisliga ábyrgd teirra arbeiðs­gevarar vildu taka, tess trúfastari vildu tey vera sum starvsfólk. Unga ættarliðið krevur, at neyðugu sam­ felags­ligu broytingarnar fyri at bremsa, 59


NÁTTÚRUVÍSINDI OG GRANSKING

avmarka, tillaga okkum og venda veður­ lagsbroytingunum, verða framdar, og eitt tað besta amboðið, hesi ungu hava til at standa saman sum ein stór og sterk rørsla, eru sann­førandi sannroyndir. Ivamál og óvissa taka máttin úr og syndra fylkingar. Tí er tað so avgerandi, at endamálið og kravboðið, sum rørslan savnast um, eru grundað á haldgóða próvførslu, og hon fæst frá dygdargóðari gransking. Tey síðstu gott 100 árini hevur gransking havt stóran týdning fyri at kanna, máta og eyð­merkja allar tættir í sambandi við veður­lags­broyt­ing­ar­nar, og gransk­ing er fram­­vegis umráðandi fyri at hand­ fara veður­lags­krepp­una nú og frameftir. Møgu­liga kundi gransking eisini gjørt upp­­aftur meira fyri at avmarka og steðga

ini og endur­skapan­ini av sam­felag og vist­skip­anum. Til aðru megin­reglu er ikki nóg mikið at vara seg fyri ógegni, skeiv­ari dátu­viðgerð, ritstuldri o.s.fr., men gransk­ing skal eisini taka hædd fyri um­ hvørvis­lig­um viðurskiftum í øll­um liðum. Triðja meginreglan inniber, at gransk­ing skal vera viðkomandi fyri sam­fel­agið og úrslitini varpað út til almenn­ingin. Men í eini veðurlagskreppu kunnu gransk­ing­ ar­úrs­lit vera so ógvislig og fylgj­ur­nar so álvarsligar, at orðið ábyrgd fær nýggj­an og størri týdning. Ein avleiðing av hes­um hevur verið, at nógvir granskarar aftra seg við at siga, sum er, tí tey óttast ákær­ ur um óreiðiligheit. Úrslitið er vant­andi upplýsing og vantandi ávirkan á sam­ felagskjakið. Tí skjóta svensku gransk­ ar­ar­nir upp, at fyri at liva upp til triðju meg­in­regluna, mugu granskarar tosa harð­ari og ikki halda seg aftur við at greiða frá sín­um úrslitum, uttan mun til hvussu við­k vom ella ræðandi tey eru. Veðrið hevur alstóra ávirkan á livilíkindi hjá bæði fólki og fæi. Tað vita vit í Føroyum, kanska betri enn nógva aðrastaðni. Og vit gera nógv burtur úr dag­lig­um veð­ur­ líkindum og -forsagnum. Hetta fyri at kunna taka hædd fyri teimum avbjóð­ ingum, sum veðr­ið kann hava við sær frá degi til dags á landi og sjógvi. Vit eiga at gera eins nógv burt­ur úr lang­ tíðar­veður­lík­ind­um og -for­sag­num. Hetta fyri at kunna taka hædd fyri teimum av­ bjóð­ingum, sum veður­lags­broyt­ing­ar­ nar fara at hava við sær fyri okkara børn, ommu- og abba­børn. Og til hetta tørvar okk­um gransking.

Unga ættarliðið er aldeilis tilvitað um umhvørvið. Tey eru tilvitað um, hvat tey keypa. Tey hava vilja til at broyta lívsstíl, og tey seta krøv til framleiðarar um burðardygd. oyði­leggj­andi veður ­f yribrigdum. Í Svøríki skjóta nakrir granskarar upp, at fyri at seta ferð á handfaringina av veður­ lags­kreppuni, er tíðin búgvin at víðka um tær tríggjar meginreglurnar innan granskingaretikk: 1) ger ongan skaða, 2) ver reiðilig/ur og 3) tak ábyrgd. Hesir granskarar siga, at fyri at um­leggja samfeløg nóg skjótt er tað ikki nóg mikið at koma sær undan at gera skaða. Fyrsta meginreglan eigur at áleggja gransk­ar­ um bein­leiðis at virka fyri um­legg­ing­ Keldur:

Arrhenius, S. (1896). „On the influence of carbonic acid in the air upon the temperature of the ground“. Philosophical Magazine and Journal of Science 41 (251), pp. 237–276. Heintað frá: https://www.rsc.org/images/Arrhenius1896_tcm18-173546.pdf Franta, B. (2018, Januar 1). „On its 100th birthday in 1959, Edward Teller warned the oil industry about global warming“. The Guardian. Heintað frá: https://www.theguardian.com/environment/climate-consensus-97-per-cent/2018/jan/01/onits-hundredth-birthday-in-1959-edward-teller-warned-the-oil-industry-about-global-warming GlobeScan. (2020, Desember 4). „Radically Better Future: The Next Gen Reckoning Report“. GlobeScan. Heintað frá: https:// globescan.com/2020/12/04/radically-better-future-next-gen-reckoning-report/ Harris, D. C. (2010, Juni 11). „Charles David Keeling and the Story of Atmospheric CO2 Measurements“. ACS Publications. Heintað frá: https://pubs.acs.org/doi/10.1021/ac1001492 NOAA Global Monitoring Laboratory (2022, Januar 5). „Trends in Atmospheric Carbon Dioxide“. NOAA Global Monitoring Laboratory. Heintað frá: https://gml.noaa.gov/webdata/ccgg/trends/co2_data_mlo.png Raffoul, A. W. et. al. (2021, November). „The climate crisis gives science a new role. Here’s how research ethics must change too“. Australian Council of Graduate Research. Heintað frá: https://www.acgr.edu.au/ impact-blog/the-climate-crisis-givesscience-a-new-role-heres-how-research-ethics-must-change-too/

60

G reining R annsókn Allýsing N ýfikni S kriving K anning I nnlit N eyvleiki G agn GRANSKING.FO


4.

Hugvísindi Tað var sera gott . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 64 Havnará. Kann man skriva um tað? . . . . . . . 66


HUGVÍSINDI

Tað var sera gott Um skapan Guds og uppgávu menniskjans: At varða um skapanarverkið.

Og Guð leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott. 1. Mós. 1,31 Sverri Steinhólm Sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi á Landssjúkrahúsinum í Havn og í Varð­hald­ inum í Mjørkadali Cand. teol. frá Københavns Universitet

64

Í

offarakæti leit Gud at skapanarverki sín­um og undraðist: Hetta er sera gott. Eins og tá ið listafólkið trínur nøkur fet aftur, fyri at síggja heildina í listaverkinum. Í Føroyum eru vit í meiri enn 1000 ár lærd upp í bíbilsku fatanini, at krúnan á skapanarverki Guds er menniskjan. At menniskjan breyt fyriskipan Guds og át av kunnleikans træi - syndafallið. Av hesum blivu vit logiskt klókari, men ólýðin Gudi og harvið minni egnaði at gera vilja Guds: At varða um jørðina og hvønn annan. Tað merkir, at fara væl við henni og um hana. Og Harrin Guð tók Ádam og setti hann í aldingarðin Eden til tess at dyrka hann og varða um hann. 1. Mós. 2,15 Kann vera at virðisgrundarlagið skeikl­ aðist so mikið av syndafallinum, at virðir okkara komu at liggja í avrikum og úrslit­ um okkara, heldur enn í at fylgja fyri­skipan Guds í eyðmýkt. Eyðmýkt er sambært Augustin høvuðsorðið í kristnari trúgv. Meðan skapanarsøgan í 1. Mósebók er eitt sindur ítøkilig, so vinklar Jóhannus

evangelisturin søguna øðrvísi, við at lýsa skapanina gjøgnum amboð Guds: Skap­ an­arorðið, ið ger tað, sum tað sigur og nevnir. Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð. Hetta var í fyrstuni hjá Guði. Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið. Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar Jóh. 1,1-4 Soleiðis lýsir Jóhannus skapanina, fyri at koma fram til hvør Jesus er, - at Jesus er orðið av Guds munni, sum varð hold og tók búgv okkara millum Jóh 1,14. Og Móses lærir okkum í skapanarsøguni, at Andi Guds hvíldi yvir vøtnunum. So hava vit trýeindina Gud Faðir, Gud Son og Gud Anda longu á skaparinnar morgni. Í 1. Almenna brævi sínum lýsir Jóhannus Jesus soleiðis: Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoð­ aðu og hendur okkara numu við, tað er lívsins orð; – og lívið varð opinberað, og vit hava sæð og vitna og boða tykkum hitt æviga lívið, sum var hjá faðirinum og varð opinberað okkum. Jesus er lívsins orð – lívgevandi orð - endurskapandi orð – hevur skapandi megi í sær, á ápostlanna døgum og í dag. At siga at vit trúgva á Jesus Krist,

ábyrgd­ar okkum, at fara væl um Guds nátt­úru og skapning og at virka fyri, at beint verður inn aftur á rætta kós, har farið var av leið. Misjavnt man vera frá tíð til aðra, hvussu vit í dagligum húsarhaldi og eisini í gudshúsum okkara eru farin um við atliti fyri, at fara væl um skapanarverkið. Í Føroyum eru uml. 80% limir í Fólkakirkjuni og eini 15% hoyrandi til onnur kristin trúarsamfeløg. So vit eiga øll somul við veðurlagsbroytingunum í huga at hugsa okkum um, hvussu vit liva dagliga. Hvussu vit raðfesta: í dagliga innkeypinum – stóran ella lítlan bil, hvat fyri brennievni – stór ella lítil hús, bjálving, slag av brennievni – hvussu títt skulu vit keypa klæðir – hvussu nógv skulu vit ferðast, flúgva, sigla, koyra o.s.fr. Paulus minnir okkum á at Gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur 1.Tim 6,6. Her kunnu vit hóskandi steðga við broti úr ávikavist inn- og útgangsbønini í kirkjuni hvønn sunnumorgun: At eg av orði tínum kann læra at bera angur um syndir mínar, í lívi og deyða at trúgva á Jesus og hvønn dag í heilagum lívi og levnaði at batna.

Gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur 1.Tim 6,6 bíbliulestri, prædiku og bøn. Hesin sunnudagur hevur eina tíð verið hildin tríeindarsunnudag – 1. unnudagur eftir hvítusunnu. Nú er í uppskoti, at dagurin verður hildin í f yrstu heilu vikuni í septembur. Ein slíkur sunnudagur verður skipaður við serliga valdum rituali, textum, bønum og sálmum. Dømi um sálmar eru: Upp alt ið Harrin hevur gjørt Harranum lovið, alvaldandi drátti við æru. Alt, sum frítt og fægurt er O veldis Gud, eg undrandi má skoða Dømi um textir: Skapanin, 1. Mós 1-2; Sáttmáli Guds við Nóa 1. Mós 9,8-17; Skapanin og menniskjað, Sálmur 8; Alt hevur Gud gjørt lagaligt, Præd. 3,1-8; Um ikki at stúra, Mat 6,25-34

Átøk á grøna leið

Kirkjuligir leiðarar á ráðstevnu um Artic

Í Fólkakirkjuni hava átøk verið gjørd síðani 2008 fyri at minka um co2 útlátið. Fleiri av teimum eldru kirkjunum eru blivnar bjálvaðar, har tað er gjørligt og hitapumpir eru settar upp. Teir gomlu prestagarðarnir eru restaureraðir við serligum atliti, at vera nátturuvinarligir. Hugsað hevur verið um ljósskipan, bjálving og hita. Fleiri teirra við hitaskipan úr jarðholum. Eisini hevur verið skipað fyri grønum evnisdøgum, fyri at beina okkum á betri leið. Serligan íblástur fingu prestarnir á vælskipaðum evnisdegi um grøna hugsan eisini í kirkjuni. Tað var okkara fremsti íverksetari á grøna økinum Finnbogi Joensen úr Vestmanna skúla, sum skipaði dagin fyri okkum. Við íblástri úr ymsum verkætlanum úr Vestmanna skúla, fekk hann kveikt góðar tankar í okkum, náttúruni at frama. Eitt ítøkiligt uppskot hevði hann eisini, um at hava ein grønan sunnudag, har hugsa varð um Guds skapanarverk bæði í sálmasangi,

Síðani 2017 er Biskuppur Føroya Jógvan Fríðriksson farin eitt stig víðari, fyri at fáa íblástur til enn fleiri átøk á grønari leið. Tá var hann saman við øðrum persónum úr Føroyum á ráðstevnu í Íslandi, nevnd Artic Circle. Hon er tann størsta árliga altjóða ráðstevna um Artic, har meiri enn 2000 luttakarar møtast úr yvir 60 londum. Hon verður hildin hvørt ár í oktobur í Harpu í Reykjavík. Árini síðani hava fleiri prestar úr Føroyum verið við til hesa ráðstevnu. Hetta fyri at fáa íblástur til, hvussu vit í kirkjuliga arbeiðinum kunnu blíva betri til at varpa ljós á ábyrgd okkara fyri Guds skapanarverki. Har eru yvir 140 fyrilestrar um eitt nú náttúru og umhvørvi bæði á sjógvi og landi. Tá eg var á hesi ráðstevnu 2018 vóru m.a. fleiri evni um trúgv og vón: Hope in a changing Arctic and global climate: Religious and ethical dimensions of the Global climate change and the

great Arctic melt. Gudfrøðifakultetið á Reykjavíkar lærda háskúla skipaði fyri. Eisini luttók Jógvan Fríðriksson í paneli saman við 4 øðrum biskuppum úr 4 ymsum londum, evnið: Faith in the transformation of societies and lifestyles; Stewardship of the Arctic and the earth. Yvir 2000 luttakarar møta vanliga til stevnuna. Ólafur Ragnar Grimsson, fyrrverandi forseti Íslands (1996-2016), er stigtakari og samskipari til Arctic Circle.

Grøn kirkja Í Danmark hava tey hugtakið Grøn Kirke. Grøn Kirkja arbeiðir m.a. fyri at gera kirkjurnar meira náttúru- og hita­vina­ligar. Tað eru yvir 200 kirkjur, sum bera heitið Grøn Kirke. Fyri at bera hetta heitið, skal kirkjan góðkennast av Grøn Kirke-Grupp­ en, sum er partur av felags­kirkjuliga ráð­ num Danske Kirkers råd. Sum frymil fyri góðkenning er settur upp ein listi við 48 punktum deild upp í 6 økir. Kirkjan skal aktivt siga ja fyri minst 25 av hesum 48 punktunum, fyri at fáa heitið Grøn Kirkja. Dømi um økini er: Lív kirkjunar. Minst ein temagudstænastu um árið um skap­ anarverkið, náttúruverju og rættvísi. Dømi 2: Kirkjunar orkunýtsla. – Náttúru­ vinarlig hita- og orkuskipan og ledljós. Grønu kirkjunar í Danmark samstarva í Norðanlondum við Nordic Ecumenical Green Network. At enda, í Prædikaranum kap 7, 29 stend­ur: Sí, eina hetta havi eg funnið, at Guð hevur skapað menn­iskjuna beina, men tey søkja mong ring brøgd. Gott um vit fara at søkja betri brøgd og taka ábyrgd av skapanarverkinum.

65


HUGVÍSINDI

Havnará. Kann man skriva um tað? H Tráin Petursson Nónklett Kandidatútbúgving í søgu á Københavns Universitet Ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetur Føroya

endan spurningin fekk eg javnan, meðan eg skrivaði mína kandidat­ ritgerð í søgu. Helst eru tað fá, ið hugsa um eina rennandi á sum eitt søgu­ligt evni. Stutta svarið er „ja, tað kann man“. Spurningurin rúmar tó eisini einum størri kjaki, sum snýr seg um leiklutin hjá t.d. human­iora. Vit eru bæði í einari veður­lags­kreppu og einari kreppu innan lívfrøðiliga marg­feldið; báðar kreppurnar skaptar av menn­iskjaligari atferð. Hetta eiga human­istar og onnur eisini at fyrihalda seg til. Lat meg byrja við at greiða frá, hvat eg skrivaði um. Yvirskipað lýsti eg samspælið millum Havnará og fólkini í býnum frá áleið ár 1800 – 2000. Havnará var bæði matará og tváttá í gamlari tíð. Matará er ein á, haðani vatn varð tikið til matgerð og til drekkivatn, meðan tváttá er ein á, har tey m.a. vaskaðu klæðir. Í 1898 fær Havnin vatnveiting, og Havnará verður nú ikki longur brúkt sum matará, tó sum tváttá í nøkur ár enn. Áin verður í alt

Ein av týdningarmiklu boð­ skap­­­­unum hjá Worster var hjá søgu­­­­frøðingum at fara útum parla­mentini, verk­smiðjurnar og søvnini og út í náttúruna, og neyðugt var við góðum klæðum og skóm, tí ferðin kundi gerast runut!

66

størri mun brúkt sum kloakk. Tá bilar koma til býin í 1920unum, verður mett neyðugt at fáa nýggjar vegir. Dálk­ingin av ánni og teir nýggju bilarnir hava við sær, at partar av ánni verða lok­aðir frá seinast í 1920unum og upp í 1970­ ini. Síðani 1980ini er kjakast um, hvørt partur av Havnará skal „opna“ ella „endur­skapast“, og hetta er aftur frammi í løt­uni. Samspælið millum ánna og fólk­ini er eitt dømi um, hvussu nýtslan og fatanin av ánni broytti og tillagaði seg eftir ymsum tørvum og ynskjum. Endamálið við ritgerðini var at viðgerða sam­spælið millum menniskju og eitt nátt­ úru­f yribrigdi. Hetta skrivar seg inn í søgu­ greinina, ið kallast umhvørvissøga. Líkn­andi greinar finnast innan onnur human­istisk og samfelagsvísindalig fak­økir. Hesar umhvørvisgreinar eru onkurs­vegna ein viðurkenning av, at tað ikki er nóg mikið, at bert tey náttúruvísindaligu fakini fáast við tað, sum er rundan um menniskju. Tann ameri­kanski umhvørvis ­s øgu­f røð­ing­urin Donald Worster hevur lagt stóran dent á at samantvinna søgu­fakið og nátt­úruvísindi, t.d. lívfrøði. Hetta er ikki bara sum at siga tað, og til hansara fyrimun var hann longu bachelor í lív­ frøði, áðrenn hann gjørdist søgufrøðingur. Tað er trupult at lesa náttúruvísindaligar greinar, um ein ikki er vanur við tað. Umhvørvishumaniora skal tó heldur ikki skiljast soleiðis, at humanistar skulu gerast nátt­ úru­vísindafólk. Tað, sum tað grundleggjandi snýr seg um, er at víðka um sjónarringin og at taka tað rundan um okkum í størri álvara. Hetta er t.d. hvørja ávirk­an menniskju hava á náttúruna, hvørja ávirkan náttúran hevur


HUGVÍSINDI

á menniskju, hvussu menniskju fata nátt­ úr­una til ymsar tíðir og í ymsum bólkum, stríð millum menn­iskju um náttúrutilfeingi, ójavni í at­gongd til tilfeingi o.s.fr. Ein av týdningarmiklu boðskapunum hjá Worster var hjá søgufrøðingum at fara útum parlamentini, verksmiðjurnar og søvnini og út í náttúruna, og neyðugt var við góðum klæðum og skóm, tí ferðin kundi gerast runut! Til hetta skal tó sigast, at mín varhugi er, at flestu søgufrøðingar sita inni á einum kontóri, bókasavni ella skjalasavni. Tað geri eg í størstan mun - og tó, tí uppskotið at skriva um samspælið millum Havnará og havnafólk kom av fleiri orsøkum. Tað, at eg havi gingið framvið Havnará í Viðarlundini óteljandi ferðir, saman við dagsins kjaki um at „opna“ ella „endurskapa“ ánna skapti eitt forvitni. Dagsins veðurlagsbroytingar eru skaptar av menn­iskja­atferð. Náttúruvísindafólk hava í nógv ár víst á, at stóra útlátið av sokallaðum

vakstr­ar­hús­gassum, serliga CO2 og metan­ gassi, hevur við sær at heimurin hitnar og veðurlagið broytist. Størsta útlátið er frá stóru nýtsluni av lívrunnum brennievnum, t.e. olju, kol og gass. Eisini avskóging og dren av vátlendi hevur við sær, at vakstrarhúsgass verða slept út í atmosferuna. Hetta er alt orsakað av atferð hjá menniskjum, og tað er serliga tey ríku og teir ríku partarnir av heiminum, sum dálka og útláta størsta partin. Tí hava vit eisini størstu ábyrgd at minka um okkara útlát. Umhvørvistrupulleikar, herundir veður­ lags­broytingar, krevja ein breiðan fak­kunn­ leika. Tað er ikki nóg mikið við tøkni­ligum loysn­um. Okkum tørvar eisini atferðar­broyt­ ingar, sam­felags­broyt­ingar, mentan­ar­broyt­ ingar o.s.fr. Menniskjaatferð er júst tað, ið hum­an­istar, sálarfrøðingar, sosiologar o.s.fr. hava eina vitan um, og henda vitan eigur at verða brúkt, tá ið tað snýr seg um veður­ lags­broytingar.

HVAT VILT TÚ VERA, TÁ TÚ VERÐUR STÓR/UR? VISTI TÚ?

• at Fjarnám heldur til í Íverksetarahúsinum og er ein útbúgvingardepil, sum knýtir sambond millum lesandi, fjarlesandi og lestrarstað?

Hugsar tú um at stovna tína egnu fyritøku? Vit veita ókeypis ráðgeving og bjóða skrivstovupláss við øllum hentleikum. Her kanst tú byrja tína nýggju yrkisleið.

• at tað er møguligt at sita í Íverksetarahúsinum, sum lesandi?

Les meir á iverksetan.fo

Vit hjálpa fegin! Føroya Fólkaháskúli er eitt stað, har tú kanst vaksa sum menniskja gjøgnum tína listaligu skapan. Heystskeiðið er frá september 2022 til februar 2023.

Tekna teg á haskulin.fo 68

íverksetarahúsið

iverksetan.fo · +298 239501 / 239502

har nýhugsan tekur skap


5.

Gerandisdagurin At ansa eftir sálarheilsuni . . . . . . . . . . . . . 72 Veganskar uppskriftir . . . . . . . . . . . . . . . . 74 Planleggingarástøði IRL . . . . . . . . . . . . . . . 76


GERANDISDAGURIN

At ansa eftir sálarheilsuni mitt í eini veðurlagskreppu Serliga ung fólk eru ávirkað av áleikandi veðurlagsbroytingunum, men hvussu kunnu vit á konstruktivan hátt liva saman við eksistentiellu óvissuni, ið fylgir við?

Annika Helgadóttir Davidsen sálarfrøðingur og phd

72

V

eðurlagið og náttúran hava í sjálvum sær altíð havt ávirkan á sálarheilsuna hjá fólki. Føroyska náttúran er, við sínum ofta harðrenda og óútrokniliga lyndi, kend fyri at hava ávirkan á huglagið hjá føroyingum. Fyri summi kunnu myrku og longu vetrarnir gera sinnið tyngri, meðan ljósu summardagarnir og -næturnar hinvegin kunnu kennast lekjandi fyri tey flestu. Vit menniskju og náttúran hava altíð verið tætt samantvinnað, og eru vit eins tengd at náttúruni og náttúran er at okkum og okkara atburði ímóti henni. Tá náttúran, beinleiðis ella óbeinleiðis, spælir ein so stóran leiklut í okkara tilveru, kann kjakið um veðurlagsbroytingar vera við til at skapa ein grundleggjandi, eksistentiellan ótryggleika hjá tí einstaka. Veðurlagsbroytingarnar hava seinastu árini fylt alt meiri í almenna rúminum. Veðurlagsverkfall, veðurlagskreppa og veðurlagsangist eru tiltøk og hugtøk, ið hava vunnið frama, serliga í diskursinum um ung og veðurlagsbroytingar. Um­ framt at venda uppmerksemið hjá fólki móti hesum týðandi evni og týd­ ning­inum av at gera okkurt við tað, so hevur almenna og politiska viðgerðin av veðurlagsbroytingum eisini elvt til stúranir og ótta hjá summum. Enn eru

ikki nógvar kanningar gjørdar um, í hvønn mun stúranir um veðurlagið órógva fólk, men ein kanning við 10.000 16-25 ára gomlum úr 10 ymiskum londum vísti, at 50% av teimum spurdu kendu seg kedd, óttafull, ill, máttleys og høvdu ringa sam­vitsku um veðurlagsbroytingarnar og mátan, stjórnirnar í teirra landi handfara veðurlagsbroytingarnar (Marks et al., 2021). Hetta er eitt rímiliga høgt tal, og tað, sum kann vera viðvirkandi til, at serliga yngri fólk eru stúrin, er, at tað ofta verður lagt á herðarnar hjá teimum ungu, at tey onkursvegna skulu loysa trupulleikarnar av veðurlagsbroytingunum. Ikki einans er tað ein ovurstór ábyrgd hjá einum ættarliði at hava, men tað er kanska eisini órættvíst at hugsa, at ein so stór global samfelagslig avbjóðing, ið hevur bygt seg upp í áratíggju, skal loysast individuelt. Sjálvandi eiga vit øll sum einstaklingar at gera okkara f yri at seinka um veðurlagsbroytingarnar, men heimsins lond og leiðarar tess eiga eisini at leggja nógv fyri í hesum arbeiði. Tað, sum eyðkennir tað slagið av stúr­ anum, sum fólk kunnu uppliva í sam­ band við veðurlagsbroytingar, er, at tað onkursvegna eru rationellar og álítandi stúr­a nir, tvs. stúranir um veður­lags­ broyt­ingar, ið vit hava rættiliga haldgóð

Annika varð liðug sum sálarfrøðingur á Københavns Universitet í 2006. Seinni gjørdi hon, í samstarvi við Københavns Universitet og Psykoterapeutisk Center Stolpegård, eina phd, ið snúði seg um virkn­ aðin av bólkaviðgerð fyri etingarólag. Hon starvast nú sum adjunktur í sálarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

prógv fyri, fyrr ella seinni fara at henda. Samstundis vita vit ikki, nær ella hvussu tað fer at henda, og hendan bíðistøðan eftir tí óvissa kann vera trupul at liva friðarliga saman við. Hetta slagið av stúr­ anum er øðrvísi enn psykiatriska fatanin av ótta ella angist, ið oftast er knýtt at irratio­nellum stúranum og hugs­anum um seg sjálva/n og onnur. Tí skulu stúranir um veðurlagið og fram­tíðina hvørki viðgerðast við heilivági ella sálar­ frøði­ligum samrøðum. Heldur eiga vit at skilja hesar stúranir sum grund­leggjandi eksistentiellar, og sum eitt kor ella ein nátturligan part av tí at vera menniskja í dag.

Hvussu kann man so hand­ fara henda eksistentiella ótryggleikan og stúranirnar, tá tey raka? » Fyrsta stigið er helst at góðtaka, at tað ikki bara er upp til mín og tín sum einstaklingar at broyta gongdina.

Harvið kann man eisini leggja burtur tyngjandi ábyrgdarkensluna og ringu samvitskuna, sum onkuntíð kann vera ein fylgisveinur, og sum er lítið uppbyggjandi. » Tað kann vera hjálpa at hugsa, at man ikki er einsamøll/-mallur við stúranunum, tí fólk kring allan heimin eru eins stúrin um støðuna. Tosa við onnur um stúranirnar. » Stúranir kunnu gerast uppbyggjandi og jaligar, um man kennir, at man fyri­heldur seg aktivt til tær. Tí eru nógv, sum eru uppi í arbeiði hjá yms­ um felagsskapum, ið hava til enda­ máls at økja um tilvitskuna hjá fólki um veðurlagsbroytingar og vísa á møguleikarnar, vit hóast alt hava at minka um avleiðingarnar av teimum. » At fyrihalda seg aktivt til veður­lags­ broyt­­ing­arnar, serliga saman við øðrum, kann kveikja bjartskygni og vón og skapa meining í tí, sum kann tykjast meiningsleyst.

Vit menniskju og náttúran hava altíð verið tætt samantvinnað,

Keldur og íblástur: Chamberlain, M. C. H. (2019). Jeg hadde kraftig klimaangst. Jeg kunne ikke se på nyheter, og jeg skulket naturfagene. Aftenposten. https://www.aftenposten.no/meninger/sid/i/ VbLoo1/jeg-hadde-kraftig-klimaangst-jeg-kunne-ikke-sepaa-nyheter-og-jeg-sku Marks, E.; Hickman, C.; Pihkala, P.; Clayton, S.; Lewandowski, E. R.; Mayall, E. E.; Wray, B.; Mellor, C. & van Susteren, L. (2021). Young People’s Voices on Climate Anxiety, Government Betrayal and Moral Injury: A Global Phenomenon. https:// papers.ssrn.com/sol3/papers.cfm?abstract_id=3918955 Garbo, G. L. (2022). Hvorfor rammes så mange unge av klimaangst? (nr. 86) [Poddvarp]. Í Universitetsplassen. Universitetet i Oslo. https://www.uio.no/om/aktuelt/ universitetsplassen/podkast/

73


GERANDISDAGURIN

Veganskar, umhvørvis­ vinarligar og lestrar­ vinarligar uppskriftir Tips: • bønir og linsur eru nógv bíligari, um man keypir tær turkaðar og so sjálvur leggur tær í blot og kókar tær. • fryst grønmeti er bíligari enn frískt, og tí er tað eitt gott hugskot at keypa nokk av tí, tá tað er uppá tilboð. • Plantudrykkir (t.d soya, rís oghavramjólk) halda sær upp til fleiri mánaðir, og tí er tað snilt at keypa, tá tað er tilboð.

Rommkúlur Tilfar:

Silja Egholm Petersen Næmingur á mið­ nám­skúlanum í Suðuroy

» 240 g av svørtum bønum (svarar til 1 dós) » 1 dl av mandlum » 2 dl av havragrýni » 3 spsk av kokusmjøli » 2 spsk av kakaopulvuri » 250 g dadlur uttan steinar » 3 spsk plantumjólk » 1 spsk av rom aroma » 1 spsk av jarðber súltutoy » Kokusmjøl/krymmeldrýss/ kakao pulvur at rulla kúlurnar í

Mannagongd: » blenda fyrst tað turra tilfari: mandlur, havragrýn, kokusmjøl, kakao » koyr síðani restina av tilfarinum í og blenda: dadlur, plantumjólk, rom aroma og jarðberjasúltoy. » rulla til kúlur og vend síðani í kokusmjøli/ krymmeldrýss/kakaopulvur » rommkúlurnar smakka best, um tær hava staðið á køl í nakrar fáar tímar. » Vælgagnist » (rommkúlurnar skulu goymast í køliskápi)

74

Indiskt Dahl Umleið 5 portiónir:

Tilfar: » » » » » » » » » » » » » »

Mannagongd:

olja/vatn at steikja í 2 leykir 3 fet av hvítleyki 3 tsk karry 1 tsk spidskommen ½ tsk cayennepipar (ikki neyðugt) ½ tsk koriander 2 stórar gularøtur 300gr reyðar linsur (turrar) 5 dl vatn 1 dós kokusmjólk light frískt dild (ikki neyðugt) salt og pipar. rís/quinoa aftur við

» hakka leyk og hvítleyk fínt og steik í grýtu í uml. 3 min » koyr síðani kryddaríni í og steik víðari í uml. 3 min » koyr vatn og kokusmjólk í grýtuna » flys gularøturnar og sker tær í smáar puntar og koyr í grýtuna » skola linsurnar í eini síl og koyr tær í grýtuna » kóka í 40 min og smakka síðani til við dild, salt og pipar » Kóka rís/quinoa aftur við. » Ymiskt grønmeti, sum til dømis brokkoli, riggar væl til. » Vælgagnist

Spaghetti við Kjøtfríarisós Umleið 4 portiónir

Tilfar: » » » » » » » » » » »

480gr kikkertrar (svarar til 2 dósir) 1 leyk 1 reyð piparfrukt 1 grønmetis supputerningur 400gr hakkaðar tomatir (svarar til 1 dós) 140gr tomatpuré 1 dós kokusmjólk 1 tsk spidskommen 1 tsk paprika salt og pipar spaghetti

Mannagongd: » Hakka leyk og sker piparfruktina smátt. Brúnka í grýtu. » Hakka kikkertrarnar grovt í eini hvirlu. » Koyr síðani grovt hakkaðu kikkertrarnar í grýtuna, saman við kryddaríunum, grønmetis supputerninginum, hakkaðu tomatunum og tomatpurénum. » Lat kóka í 30 min og smakka síðani til við salt og pipar. » Kóka spaghetti » Vælgagnist 75


GERANDISDAGURIN

Planleggingar­ ástøði IRL E

Rasmus Steintórsson Biskopstø Starvast í menningar­ deildini hjá Visit Faroe Islands Kandidatútbúgving í geografi og sosial­ vísindi frá Roskilde Universitet

76

g havi lisið sosialvísindi, samfelags­ plan­legging og geografi. Eg las um heim­speki, greinaði myndlar í búskapar­ frøði og royndi at skilja tøl, hagfrøði og ástøði. Nógv ymisk ástøði … Eg samlaði uppá ECTS stig, meðan fólk bóðu meg njóta tað, so leingi tað vardi, tí skjótt byrjaði „tað veruliga lívið“. Eg royndi at njóta tað, men samstundis øktist spenningurin so hvørt, sum ljósið í endanum av teoretiska tunlinum nærkaðist, og tíðin kom til at prógva, um øll hesi ástøðini kundu brúkast í „tí veruliga lívinum.“ Í teoriini átti ongin at búsett seg í hesum brimbarda og fjarskotna oyggjahópinum, men liðugur við kandidatútbúgvingina í sosialvísindi og geografi á sumri 2019 flutti eg heim aftur til Føroya. Eg havi síðani tá havt fýra ymisk størv við ferða­vinnu­menn­ ing og planlegging sum felags­nevn­ara. Fyrst sum málsviðgeri á býar­skip­anar­ deild­ini í Tórshavnar kommunu, síðani sum kunn­ingar­leiðari á Tvøroyri, menn­ingar­ leiðari fyri Visit Vágar og nú sum menn­ ingar­sam­skipari í Visit Faroe Islands. Or­ søkin, til at eg havi havt øll hesi størv inn­an lutfalsliga stutta tíð, er ikki upp­sagnir ella eitt rótleyst sinni. Or­søk­in er, at eg havi traðkað til í tíð­ar­avmarkað størv, tá ið kvinn­ ur eru farnar í barns­burð­ar­far­loyvi. Takk og lov fyri at kvinnur fara í barns­burð­ar­far­loyvi, tí hvussu kann ein annars sleppa framat, fáa royndir og prógva seg í arbeiðs­lív­inum? Um­framt hesi størvini havi eg undir­víst í

einum skeiði í sam­felags­plan­legg­ing á Setri­num – og eg billi tí mær sjálvum inn, at eg kann loyva mær at siga nøk­ur orð um munin millum plan­legg­ing­ar­teori og tann veruleikan, sum ger seg gald­andi í plan­legging í føroysku komm­unum. Fyri tað fyrsta átti tað at verið rímiliga ein­falt hjá mær – einum nýútbúnum kandi­ dati í geografi og sosialvísindi – at skilt, hvørjari landafrøðiligari eind eg arbeiddi í. Vit eru jú øll meira ella minni von við at deila verðina upp í lond, sum síðani kunnu býtast í regiónir, býir og uppaftur smærri eindir. Talan átti at verið um einføld fyri­ sitingarlig øki, sum vit kunnu eyðmerkja við eini linju á einum korti og við greiðum uppgávubýti okkara millum. Sum kunningarleiðari á kunn­ingar­stov­uni á Tvør­oyri skuldi eg fyri­halda meg til eina kommunala eind og um­boða ferða­vinn­ una innan fyri markið. Men sum ferða­mál er Suðuroyggin næstan altíð ein samlað eind. Talan er um eina oyggj (… tvær, um vit telja Lítla Dímun, hjálandið hjá hval­bing­ um, við), men Suðuroyggin kann sanni­liga eisini býtast í tvær helvtir, sjey kommunur og uppaftur fleiri bygdir. Hvørja ábyrgd hevur ein kunningarleiðari í hesari fløkjuni? Praktiski veruleikin broytist alt eftir, hvat ítøkiligt mál talan er um. Er talan um eina skeltisætlan, nýggjan kortfaldara ella eitt lýsingarátak, so er øll oyggin ein hóskandi eind, men tá ið talan er um at sam­skipa handilsvirksemi, fyriskipa smærri tiltøk

ella útinna ein ferðavinnupolitikk verður dentur lagdur á kommunalu eind­ina. Men hvussu er so, tá ið hesar uppgávur­ nar skulu loysast, og nýútbúni arbeið­ arin fer í holt við at gera heimin til eitt betri stað? Sam­bært planleggingarástøði finn­ast veg­leið­ing­ar, sum kunnu koma okkum til hjálp­ar. Vit skulu taka atlit til eitt praktiskt skiln­a ð­ar­býti millum fyri­sitingarligu og pol­itisku skip­an­ina, tá ið ein avgerð skal takast. Fyri­sit­ar­in greinar, meðan politikarin tek­ur avg­erð. Fyri­sitingin skal helst finna meira enn ta einu loysn­ina umframt at greiða frá ymsu fyri­mun­unum og vans­unum, meðan pol­ itikararnir atkvøða fyri tí skila­bestu loysn­ini. Fyri­sit­ingin førir síðani ætlan­ina út í verk. Lut­f alsliga einfalt … burt­ur­sæð frá at tað als ikki er so einfalt! Vant­andi tíð, vitan og orka kunnu forða fyri, at politikarar vita, hvør besta loysnin er, og fyri ikki at nevna neyð­ug kompromis vegna ósemjur og trong­ar játtan­ar­k armar. Hvat skal

ósemj­urnar stinga seg upp. Túsundtals síður eru skrivaðar um plan­legg­ing, men ong­in uppskrift stendur skrivað um, hvussu við­ur­skiftini í Mykinesi skulu loys­ ast so­leiðis, at allir partar eru líka nøgdir. Spurningurin er so, hvat útbúgvingin hjá mær í veruleikanum kann brúkast til. Tá ið ein hevur stríðst seg ígjøgnum eitt ótal av torskiltum síðum um ástøði, gerst tað alsamt verri at viðganga, at hetta var til onkis. Arbeiðið hjá teoretikaranum kann soleiðis gerast ein próvførsla av virðinum í hansara/hennara egna starvøki, ella ein abstrakt akademisk rannsakan við iva­s omum týdningi í einum heimi við alt ov nógvum ítøkiligum og átrokandi trupulleikum. Tey siga, at týdningarmiklasti lær­dóm­ urin kemur uttan fyri skúlatíð, men eg haldi meg kortini hava lært okkurt við prakt­i skum týdningi. Kvantita­t iv­ir og kval­itativir kanningarhættir eru grund­ leggj­andi am­boð, sum geva innlit í ynski hjá borg­ar­um, brúk­ ar­um og ferða­fólk­­um, áðrenn trupul­l eik­ar skulu lýsast ella av­ gerð­ i r takast. Fyri­ sit­ing­ar­lig­ur skikk­ur kann eisini tryggja, at vit liva upp til fólka­ ræð­is­lig­ar treyt­ir, og at fjøl­tátt­að­ar grund­ gev­ing­ar finn­ast fyri loys­num, sum plan­ leggj­arar leggja fram. Lætt­ast og bílig­ast er tó ofta at stjala djúpar tall­erkar, sum onnur hava upp­funnið. Vís­ inda­ligi litt­er­at­ur­urin borð­reið­ir við einum ótali av døm­um kring allan heimin, sum vit kunnu læra av. Onk­un­tíð er tó skila­best at leggja bøk­urnar frá sær og fara út og merkja á egn­um kroppi, hvussu støðan er. „Veruliga lívið“ er ofta minst líka áhuga­ vert sum tann verðin, ið bókligu ástøðini lýsa. Í besta føri kunnu vit skilja umstøður og finna loysnir, læra av feilum og við tíðini til­laga og fyrireika okkum til tær mongu avbjóðingarnar, sum ókenda fram­tíðin tveitir eftir okkum. At planleggja so­leið­is, at vit nøkta ein skiftandi tørv, er tor­ført, neyðugt og spennandi. Tey siga, at broyt­ ing er tann einasti konstanturin í lívinum. Tí eri eg rættiliga vísur í, at plan­leggjarin hóast alt ongantíð verður arbeiðs­leysur.

Í besta føri kunnu vit skilja umstøður og finna loysnir, læra av feilum og við tíðini tillaga og fyrireika okkum til tær mongu avbjóðingarnar, sum ókenda fram­tíðin tveitir eftir okkum. henda, tá ó­semja er um, hvør trupulleikin yvirhøvur er? Smáu føroysku kommunur­nar eru altso ikki so einfaldar, og vit róta okkum ofta fram á mál. Eitt gott dømi er fløkjasliga støðan, sum er íkomin í Mykinesi, síðani ferðafólkatalið er fleirfaldað seinastu árini. Fleiri meiningar eru í luftini, og ymsar loysnir liggja á borðinum, um júst hvussu oyggin eigur at skipa seg sum ferðamál – enntá í samsvari við burðardyggar hug­ sjónir. Onkrar ætlanir eru eisini farnar í gongd fyri síðani at vera steðgaðar upp aftur vegna ósemju. Øllum tykir at vera samd í, at ferðavinnan eigur at skipast betur, og at trygd og náttúruvernd eiga at raðfestast. Tað er í smálutunum, at stóru

77


Vilt tú dyrka framtíðina við okkum? HÁSKÚLASKEIÐ: - Summarskeið 16. mai - 24. juni

- Heystskeið 15. august - 2. desember

Hvør: Øll eldri enn 16 ár Kostnaður: 1000 kr um vikuna Tekna teg á: moldmentan@moldmentan.fo

Hjá Bakkafrost sleppi eg at nýta ein stóran part av míni fakligu vitan. Eingin dagur er líka, og avbjóðingarnar eru nógvar og fjølbroyttar. Framsøkni er ein inngrógvin partur av fyritøkuni. Tað verður áhaldandi arbeitt við at menna betri og meira burðardyggar mannagongdir. Eg eri errin av at arbeiða í eini fyritøku, ið kann vera partur av loysnini uppá framtíðar avbjóðingar Jógvan Zachariasen, Business Controller, cand.merc.aud

á grøna háskúlanum slær fyri sjálvbjargni og burðardygd. Á háskúlanum á Sandi læra vit um umhvørvið og grønan livihátt. Vit gagnnýta tilfeingið rundanum okkum í samljóði við náttúruna. Saman skapa vit upplivingar og knýta vinabond fyri lívið.

Les meira á www.moldmentan.fo Bakkafrost P/F ∙ Bakkavegur 9 ∙ FO-625 Glyvrar ∙ Tel 40 50 00 ∙ www.bakkafrost.com


BETRI PISUDAGUR 2022

Besta byrjanin upp á lestrarlívið Fíggjarætlan, bústaður, stuðulsmøguleikar og lestrarlívið. Fá góð ráð og svar frá MFS, Vegleiðingarstovuni og Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark. Pisudagurin er eisini ein upplagdur møguleiki at heilsa upp á onnur, sum ætla tað sama sum tú.

Betri Pisudagur verður 2. august í Havn.


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.