3 minute read

Forsetafrágreiðing 2022

Hvat er MFS

Advertisement

Tór Marni Weihe, MFS forseti

Filosofi & Russiskt mál og mentanSyddansk Universitet Meginfelag Føroyskra Studenta – altíð og uttan undantak stytt MFS – er felagið hjá teimum, ið eru undir hægri útbúgving í Føroyum, og hjá teimum føroyingum, ið eru undir hægri útbúgving í útlondum.

Okkara uppgáva er at tryggja, at rødd teirra lesandi altíð verður hoyrd. Hugsa um okkum sum fakfelag teirra lesandi. Tá leiðslan á Fróðskaparsetrinum, Mentamálaráðið ella onkur annar myndugleiki ætlar at gera eitthvørt átak, ið ávirkar støðuna hjá lesandi, so tryggja vit, at atlit verða tikin til sjónarmiðini hjá teimum lesandi.

Í altjóða høpi er MFS viðurkent á jøvnum føti við lestrarfelagsskapirnar í okkara grannalondum. Tí er MFS viðurkent samráðingarumboð við føroyskar myndugleikar um viðurskifti hjá teimum lesandi. Vit eru eisini hoyringspartur í øllum lógararbeiði, sum ávirkar okkara limir. Vit taka hesa ábyrgd í ramasta álvara og gera altíð okkara ítasta at breiða út kunnleika um og fremja sjónarmiðini hjá teimum lesandi mótvegis politisku skipanini.

Felagsskapurin

MFS verður stjórnað av einum ráði, ið verður valt á aðalfundinum fyri eitt ár í senn. Ráðið er evsta vald millum aðalfundir felagsins og skipar seg við einum forseta, varaforseta, fíggjarstjóra, altjóða skrivara og samskiftis- og marknaðarføringarstjóra. Ráðið hevur fastar nevndir, ið millum annað fáast við altjóða samstarv og politiskt samskifti.

Harumframt hevur MFS nevndir uttanfyri Føroyar (í løtuni í Keypmannahavn og Aalborg), eina skipan við ambassdørum, har lesandi føroyingar eru (t.d. í Póllandi, Íslandi og Norra) – eins og vit samstarva væl við Ráð teirra lesandi (RTL) á Fróðskaparsetrinum.

Kom við!

Arbeiðið í MFS er sera fjølbroytt. Vit viðgera lógaruppskot og skriva hoyringssvar til politisku skipanina. Vit samstarva við lestrarfeløg í øllum Evropa um útbúgvingarpolitisk mál. Vit útgeva blaðið, tú situr við. Vit eru við at skipa fyri alskyns tiltøkum fyri lesandi - so sum Pisudagar, Markleys Útbúgving og Jobmatch. Og so skapa vit trivna og hugna allastaðni, har vit virka.

Sum partur av MFS mennir tú nógvar førleikar, ið kunnu gagna tær seinni í lívinum, umframt at tað altíð er gott við sjálvbodnum arbeiði á CV’num.

YVIRLÝSING: MFS FORDØMIR RUSSISKU INNRÁSINA Í UKRAINA

Saman við okkara evropeisku samstarvsfeløgum fordøma vit í MFS russisku innrásina í Ukraina. Vit vilja undirstrika og vísa okkara samhaldsfesti við ukrainska fólkinum. Í dag eru tankar okkara serliga við vinum okkara í УАС (Українська асоціація студентів, Meginfelag teirra lesandi í Ukraina), hjá øllum ukrainskum lesandi og øllum teimum, ið virka í ella eru knýtt at útbúgvingarskipanini í Ukraina.

Vit heita á føroyska myndugleikar – landsstýri og løgting – í tann mun tað letur seg gera, at hjálpa ukrainskum lesandi, undir vísarum, granskarum og øðrum, ið nú flýggja undan hernaðarligum samanbrestum – verið tað við fíggjarligari hjálp ella við at bjóðað teimum friðskjól í Føroyum til støðan batnar.

STATEMENT: MFS CONDEMNS THE RUSSIAN INVASION OF UKRAINE

MFS today condemns the Russian invasion of Ukraine in the strongest possible terms. We stand in solidarity with the Ukrainian people and, as a student union, today our thoughts are with our friends in UAS (Ukrainian Association of Students), all Ukrainian students and everyone involved in the Ukrainian education sector and academia.

We urge the authorities of the Faroe Islands – parliament and executive – to offer Ukrainian students, professors, researchers and others any and all assistance possible, be it financial aid or providing those fleeing a refuge until the situation improves.

1.

Fjølnirheiðurin

Um Fjølnirheiðurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10

Veðurlagsrættvísi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12

Veðurlagskreppan og sálarligar avleiðingar. . 18

Hugleiðingar um Brint . . . . . . . . . . . . . . . . 22

This article is from: