Føroyakanningin - annar partur

Page 1

NORÐURATLANTSBÓLKURIN Á FÓLKATINGI The North Atlantic Group in the Danish Parliament Den Nordatlantiske Gruppe i Folketinget Atlantikup Avannaani Suleqatigiit

HVÍ FØROYINGAR BÚSETA SEG Í DANMARK EIN KANNING AV FØROYINGUM Í 1. ÆTTARLIÐI Í ALDRINUM 20 TIL 45 ÁR BÚSITANDI Í DANMARK

HØVUÐSSTUÐUL:

Tórshavnar Kommuna


INNIHALDSYVIRLIT

2

Tann størsta avbjóðingin. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

3

Inngangur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

4

Yvirskipað lýsing. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

6

Hjúnastøða . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

7

Útbúgvingarstøði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

8

Høvuðsyrki . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

11

Inntøkustøði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

12

Samband við Føroyar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

14

Tilknýti til Føroya . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

14

Samband við føroyska samfelagið í Danmark. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

16

Tilknýti til Danmark. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

18

Framtíðarætlanir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

19

Hugburður til føroysk viðurskifti . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

21

Fýra bólkar av føroyingum í Danmark . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

25

Um faktor- og bólkagreiningina . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

25

Lýsing av bólkunum. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

25

Samandráttur av bólkagreining. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

30

Útgangur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

31

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR


TANN STØRSTA AVBJÓÐINGIN Tað er ikki rávøran hjá einum landi, sum er avgerandi fyri samfelagsligu menningina. Tað er fólk. Dugnalig, arbeiðssom og væl útbúgvin fólk. Og kappingin um fólkini er stór. Serliga um fólkini við teimum bestu útbúgvingunum. Londini, sum vinna hesa avgerandi kappingina eru tey, sum ganga fram. Og Føroyar tapa. Hóast vit hava lutfalsliga stórt burðaravlop, hava vit onga framgongd í fólkatali, tí so nógv flyta. Úrslitið er, at ein heilt stórur partur av teimum børnum, sum føroyskar mammur eiga, verða fødd og vaksa upp uttanlands. Veldug búskaparlig, mentanarlig og sosial virði, sum kundu verið skapt í føroyska samfelagnum, koma øðrum samfeløgum til gagns. Føroyum tørvar kvalifiseraða arbeiðsmegi á fleiri avgerandi økjum, hóast skikkaðir føroyingar finnast uttanlands. Og undirskotið av kvinnum í landinum hevur stóra ávirkan á bæði trivnað og fólkavøkstur. At avmarka flytingina úr Føroyum, er uttan samanbering okkara størsta avbjóðing yvirhøvur. Og hon verður truplari, sum tíðin gongur. Tí vit vita, at hetta er ein ónd ringrás. Jú fleiri ið flyta, jú fleiri fáa hug at flyta. Og av tí at ein í dag umvegis alnótina kann hava dagligt samskifti við familju og vinir í Føroyum hóast ein býr í Danmark, er „prísurin“ fyri at búseta seg uttanlands munandi minni, enn hann var fyri bara fáum árum síðani. Harvið verður avgerðin eisini lættari at taka. Men hóast flytingin er samfelagsins størsti trupulleiki, so verður lítið tosað um hann. Kanska tí at tey, sum eru flutt, hvørki hoyrast ella síggjast í Føroyum. Og at tey ikki atkvøða tá val er, ger tey eisini minni áhugaverd hjá politisku skipanini. Henda kanning er ein roynd at geva teimum mongu føroysku útisetunum í Danmark eina rødd. Endamálið er at fáa málið um fráflytingina á dagsskrá í Føroyum, og at geva okkum ítøkiliga vitan um hvat kann gerast til tess at venda gongdini. Hetta er fyrri partur av eini størri kanning. Tá hedin er liðugur, verður farið undir at gera drúgvar samrøður við bólkar av útisetum, til tess at fáa eina enn betri mynd av orsøkunum til at tey fluttu, og hvat tað er, sum tey sakna í Føroyum. Eftir ætlan verður hesin partur av kanningini eisini liðugur í ár. Tað eri eg sum fólkatingsmaður, ið havi tikið stig til kanningina. Men tað stóra spurnablaðið varð orðað í samstarvi við fleiri onnur – m.a. Fróðskaparsetrið, Vinnuhúsið, Tórshavnar Kommunu og Stórutjørn. Leiðarin á Altjóða Skrivstovuni, Holger Arnbjerg, hevur eisini sýnt arbeiðinum áhuga og givið íblástur. Ein slík kanning er sera dýr at gera, og hon hevði ikki latið seg gjørt uttan fíggjarligan stuðul frá fyrst og fremst Tórshavnar Kommunu, men eisini Eik Grunninum, Vinnuhúsinum, SamVit og Mentamálaráðnum. Øllum hesum takki eg hjartaliga. Leivur Persson var við til at orða spurnablaðið, Barbara Jacobsen, Gunnar Bjarnason og Høgni Reistrup hava viðgjørt og sett upp tilfarið í hesum bóklingi, og Regin Reinert, hagfrøðingur, hevur vegleitt tey. Skrivari mín á fólkatingi, Silja á Borg, hevur samskipað og lagt arbeiðið til rættis. Uttan teirra stóra ágrýtni var eingin kanning. Sjúrður Skaale Fólkatingslimur NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

3


INNGANGUR Fyrsta kanningin hjá Norðuratlantsbólkinum varð almannakunngjørd á heysti 2007. Hon gav okkum ítøkiligar upplýsingar um hvussu nógvir føroyingar eru búsitandi í Danmark og yvirskipaðu viðurskifti teirra. Í hesi kanning verða ein partur av føroyingunum í Danmark lýstir nærri. Tá hugsað verður um, hvørjir føroyingar møguleiki er fyri at fáa aftur til Føroya, hava føroyingar í fyrsta ættarliði størstan áhuga. Líkt er til, at hesin bólkur ikki hevur fest somu røtur í danska samfelagið samanborið við hini ættarliðini.

Endamál Høvuðsendamálið við hesi kanning er at finna útav, hví so nógvir føroyingar búseta seg í Danmark, og velja ikki at flyta heim aftur til Føroya. Fyri at koma hesum spurningi nærri, er neyðugt at kenna orsøkirnar til, hví føroyingar búseta seg uttanlands, og hvørji viðurskifti hava týdning hjá teimum, ið velja ikki at flyta aftur til Føroya. Orsøkirnar eru sjálvandi nógvar, og tí er nýtt eitt umfatandi spurnablað, har fólk eru biðin um at svara nógvum spurningum, ið kunnu hugsast at hava týdning.

Um stakroyndina Tey luttakandi til stakroyndina er tikin úr yvirlitskanningini hjá Norðuratlantsbólkinum frá 2007, og umfatar einans føroyingar í fyrsta ættarliði í aldrinum 20-45 ár1, búsitandi í Danmark. Í hesi kanning verður ein føroyingur í fyrsta ættarliði skilmarkaður sum ein, ið er føddur í Føroyum, men sum í dag er búsitandi í Danmark. Harafturat eru persónar búsitandi í Danmark, ið hava foreldur, ið eru fødd í Føroyum og hava búð í Danmark í tíðarskeiðinum 1980-2004 eisini við í kanningini. Tey luttakandi í kanningini eru avmarkað til bert at umfata arbeiðsvirkin og fólk í útbúgving2. Um ikki annað er frámerkt, verður hesin bólkur umrøddur sum føroyingar ella føroyingar í Danmark. Grundarlagið undir hesum bóklingi er ein kvantitativ spurnakanning, ið Danmarks Statistik hevur staðið fyri. Til kanningina vóru 1505 føroyingar tilvildarliga útvaldir til telefonsamrøður og av hesum valdu 1022 at luttaka. Samlaða svarprosentið er sostatt 68%, ið verður mett at vera nøktandi. Harafturat er vert at nevna, at tilsamans búgva 7737 føroyingar í fyrsta ættarliði í Danmark. Av hesum eru 2502 í aldrinum 20-45 ár, ið eru arbeiðsvirkin ella í útbúgving. Luttakaratalið í hesi kanning er 1022, og svarar sostatt til 41% av samlaða íbúgvaratalinum í aldursbólkinum 20-45 ár. Ein nærri greining av teimum, ið valdu ikki at luttaka, vísir, at fráfallini eru óskipað. Samanborið við populatiónina eru eldru persónarnir yvirumboðaðir3, og tí varð valt at viga svarini eftir aldri, so at aldursbýtið í stakroyndini samsvarar við aldursbýtið í populatiónini. Harafturat hava vit valt at taka 101 persónar úr kanningini. Hesir komu til Danmarkar sum børn saman við foreldrum sínum. Um hugt verður nærri at hesum bólki sæst, at hann hevur nógv tættari samband við Danmark samanborið við restina av luttakarunum. Tá høvuðsendamálið við kanningini er at finna útav, hví føroyingar í Danmark ikki flyta heim aftur til Føroya,

1)

2)

4

Allir persónar í kanningini vóru millum 20-45 ár, tá teir fingu tilboð um at verða við í kanningini. Nakrir persónar, ið vóru 45 ár tá teir fingu boðini vóru 46 ár tá telefonsamrøðan fór fram. Tískil eru persónar, ið eru 46 ár í aldursbólkinum 40 og eldri. Hesir upplýsingar eru tó 1-1½ ára gamlir, so broytingar kunnu vera í mun til samrøðumundið.

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR


varð mett, at úrslitini verða meira rættvísandi, um hesi ikki vóru við. Samanumtikið kann sigast, at frávikið millum populatiónina og stakroyndina ikki er serliga stórt. Hetta, saman við lutfalsliga stóra luttakaratalinum og óskipaða fráfallinum, ger kanningina umboðandi fyri føroyingar í aldrinum 20-45 ár í fyrsta ættarliði, búsitandi í Danmark.

Hetta ritið Fyrst í hesum bóklingi er ein yvirskipað lýsing av føroyingum í fyrsta ættarliði í Danmark. Síðan verður hugt eftir, hvat samband føroyingarnir hava til Føroyar, tjóðarsamleika og tilknýti teirra til Føroyar og Danmark. Seinast í ritinum verða 4 bólkar av føroyingum í Danmark viðgjørdir, ið vit hava eyðmerkt við hagfrøðiligum amboðum. Serligur dentur verður lagdur á tey viðurskifti, ið kunnu hugsast at hava ávirkan á, um føroyingar ynskja at flyta heim ella ikki. Norðuratlantsbólkurin hevur, í samstarvi við Danmarks Statistik, gjørt kanningina. Stjórnað ritið vegna Norðuratlantsbólkin hava Barbara Jacobsen (stud.scient.soc), Gunnar Bjarnason (stud.polit) og Høgni Reistrup (stud.mag.miðlavísindi). Ein stór tøkk til Regin Reinert, hagfrøðing, fyri góða leiðbeining og ráðgeving.

3)

Hetta er sambært Danmarks Statistik orsakað av at lutfalsliga fleiri yngri persónar hava valt granskaravernd (forskerbeskyttelse). NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

5


YVIRSKIPAÐ LÝSING Í hesum parti verða føroyingar í Danmark lýstir í tølum, talvum og myndum. Endamálið er at fáa til vega eina yvirskipaða lýsing av, hvørjir føroyingar búsitandi í Danmark eru, viðurskifti teirra og orsøkirnar til, at teir eru fluttir til Danmarkar. Fyri at røkka hesum endamáli verða demografisku og sosio-økonomisku viðurskifti teirra lýst. Fyri at betra um yvirlitið eru persónarnir býttir upp í 5 aldursbólkar. Talva 1 vísir aldurs- og kynsbýtið á føroyingum í Danmark. Talva 1: Aldurs- og kynsbýti %

20-25 ár

25-29 ár

30-34 ár

35-39 ár

40-45 ár

Tilsamans

Mannfólk

35

4

24

20

26

27

100

Konufólk

65

5

22

20

24

30

100

Tilsamans

100

5

23

20

24

29

100

Miðalaldurin á teimum luttakandi í kanningini er 35 ár. Tey luttakandi vóru eisini spurd hvussu gomul tey vóru, tá tey fluttu til Danmarkar. Miðalaldurin, tá tey flyta til Danmarkar, er 23 ár. Á mynd 1 sæst, hvussu nógv ár ávikavist konufólk og mannfólk hava búð í Danmark. Fyri at betra um yvirlitið er tal av árum í Danmark býtt upp í seks bólkar. Mynd 1: Ár í Danmark skift á kyn Mannfólk

Konufólk

% 30 26

25

25 20 15

26 22

20

20

18 14

14 9

10

4

5 1 0 0-4 ár

5-9 ár

10-14 ár

15-19 ár

20-24 ár

25 ár ella longri

Í miðal hava føroyingarnir í kanningini búð í Danmark í 12 ár. Á myndini sæst, at umleið fjórði hvør føroyingur hevur búð í Danmark í 10-14 ár. Eisini sæst, at konufólk búgva í Danmark í lutfalsliga longri tíð, samanborið við mannfólk. Hetta vísir, at fleiri konufólk ikki flyta heim aftur til Føroya eftir til dømis loknan lesna. Mynd 2 vísir, skift á kyn, hví føroyingar flyta til Danmarkar. Tey spurdu høvdu 9 svarmøguleikar, og skuldu svara hvør høvuðsorsøkin var til, at tey fluttu til Danmarkar.

6

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR


Mynd 2: Høvuðsorsøk til at føroyingar flyta til Danmarkar skift á kyn Mannfólk

Konufólk 39

Lesa á universiteti

29 16

Vinnuútbúgving

22 15 14

Flutti saman við maka 10

Fyri at arbeiða

6 9

Okkurt skuldi henda

11 5

Eftirskúla/háskúla

8 4

Annað

5 2

Eftirútbúgving/skeið

5 1 1

Listarliga útbúgving

% 0

5

10

15

20

25

30

35

40

At taka universitetsútbúgving er høvuðsorsøkin til, at føroyingar flyta til Danmarkar. 39% av mannfólkunum og 29% av konufólkunum flyta til Danmarkar í sambandi við hægri útbúgving. Um teir føroyingar, ið eru fluttir til Danmarkar fyri at taka aðrar útbúgvingar (eftir-/ háskúla, eftirútbúgving/skeið, vinnuútbúgving og listarliga útbúgving) verða taldir við, so eru góð 60% flutt til Danmarkar í sambandi við útbúgving. Umleið 15% fluttu til Danmarkar saman við makanum, beint oman fyri 10%, tí tey vildu at okkurt skuldi henda, 8% fluttu orsaka av arbeiði og umleið 5% av øðrum orsøkum. Munur er á kynunum, tá hugt verður eftir høvuðsorsøkini, hví føroyingar flyta til Danmarkar. Lutfalsliga fleiri mannfólk flyta til Danmarkar fyri at lesa á universiteti og lutfalsliga fleiri konufólk fyri at taka eina vinnuútbúgving. Lutfalsliga fleiri mannfólk flyta eisini fyri at arbeiða.

Hjúnastøða Í kanningini varð eisini spurt um hjúnastøðu. Niðan fyri verður harafturat lýst, hvønn tjóðskap makin hevur og um tey eru foreldur. Samlað eru 80% av føroyingunum í Danmark giftir ella í parlagi. Tey eftirverandi 20% eru sostatt støk, einkjur ella einkjumenn. Samanborið við Føroyar er hetta talið á leið tað sama. Í Føroyum eru 19% í aldrinum 20-45 ár ógift, fráskild ella einkjur/einkjumenn (Kelda: Hagstova Føroya, 2008). Talva 2 vísir, hvønn tjóðskap makin hevur hjá teimum, ið eru gift ella í parlagi.

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

7


Talva 2: Tjóðskapur makans skiftur á kyn %

Føroyingur

Dani

Annar tjóðskapur

Tilsamans

Mannfólk

50

39

11

100

Konufólk

33

60

7

100

Tilsamans

39

53

8

100

Yvir helmingurin av teimum, sum eru gift ella í parlagi hava danskan maka. 39% hava føroyskan maka, og tey eftirverandi hava maka við øðrum tjóðskapi. Lutfalsliga fleiri konufólk hava danskan maka, samanborið við mannfólk. Hetta er helst ein av orsøkunum til, at fleiri konufólk velja at verða búsitandi í Danmark (sí mynd 1). Tey flestu hava hitt makan í tí landi, makin er ættaður. Av teimum, ið hava føroyskan maka, hava umleið tríggir fjórðingar møtt viðkomandi í Føroyum, og somuleiðis hava 88% av teimum við donskum maka møtt viðkomandi í Danmark. Talva 3 vísir býtið á teimum, ið hava ella ikki hava børn, skift á hjúnastøðu. Talva 3: Hjúnastøða og børn %

Gift/í parlagi

Støk

Eingin børn

32

62

39

Tilsamans 100

Eitt ella fleiri børn

68

88

12

100

Tilsamans

100

80

20

100

Samlað eru 68% foreldur. Av øllum foreldrunum eru 12% stakir uppihaldarar við einum ella fleiri børnum4. Miðalaldurin hjá føroyskum konufólkum, búsitandi í Danmark, er 27 ár, tá tær fáa fyrsta barnið. Í Føroyum er miðalaldurin 26 ár (Kelda: Hagstova Føroya, 2005) og í Danmark 29 ár (Kelda: Danmarks Statistik, 2005). Føroysk konufólk, búsitandi í Danmark, eru sostatt umleið í sama aldri tá tær fáa fyrsta barnið, sum konufólk í Føroyum.

Útbúgvingarstøði Hesin partur lýsir útbúgvingarstøðið hjá føroyingum, búsitandi í Danmark. Niðan fyri sæst, hvørja útbúgving føroyingar í Danmark hava, ávikavist úr Føroyum og úr Danmark. Spurt varð, hvørja skúlagongd føroyingarnir høvdu úr Føroyum, áðrenn teir fluttu til Danmarkar. Tey, ið høvdu eina útbúgving aftaná fólkaskúla ella miðnámsskúla, vórðu spurd hvørja útbúgving, talan var um. Seinast í hesum parti verður víst á, hvussu nógv høvdu tikið útbúgving sína í Føroyum í staðin fyri í Danmark, um hetta bar til. Talva 4 vísir, hvørja ikki-førleikagevandi útbúgving føroyingar í Danmark hava úr Føroyum, skift á kyn.

4)

8

Vissa er ikki fyri, at øll hesi 12% eru uppihaldarar. Spurt varð, hvussu nógv børn viðkomandi hevur, men ikki um viðkomandi er uppihaldari hjá hesum.

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR


Talva 4: Fólkaskúla ella miðnámsútbúgving úr Føroyum skift á kyn Minni enn 9 ára skúlagongd

Fráfaringarroynd fólkaskúlans

Studentaskúla, HF, HH ella SIT

Aðra útbúgving

Tilsamans

Mannfólk

7

43

47

3

100

Konufólk

6

32

61

1

100

Tilsamans

6

36

56

1

100

%

Tey flestu hava tikið miðnámsútbúgving, áðrenn tey fluttu til Danmarkar. Lutfalsliga fleiri konufólk hava miðnámsútbúgving úr Føroyum. Av mannfólkunum hava 43% tikið fráfaringarroynd fólkaskúlans í Føroyum, samanborið við 32% av konufólkunum. Kannað varð eisini, um tey luttakandi hava eina førleikagevandi útbúgving úr Føroyum. Tilsamans høvdu 16% eina førleikagevandi útbúgving úr Føroyum, tá tey fluttu til Danmarkar. Talva 5 vísir, hvørja útbúgving hesi hava. Talva 5: Førleikagevandi útbúgving úr Føroyum (í %) Handverkari

37

Aðra útbúgving

21

Handils-/skrivstovuútbúgving

16

Útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya

10

Skipsførari ella maskinmeistari

9

Sjúkrarøktarfrøðingur

4

Lærari/námsfrøðingur

2

Tilsamans

100

Sum sæst á talvu 5, hava 37% handverkaraútbúgving, 16% hava útbúgving innan handil og skrivstovu og 10% hava útbúgving frá Fróðskaparsetri Føroya. 21% hava aðra førleikagevandi útbúgving. Mynd 3 vísir útbúgvingarstøðið hjá teimum, ið eru í útbúgving ella hava lokið útbúgving í Danmark. Samlað hava 62% tikið eina førleikagevandi útbúgving í Danmark. Harafturat eru 22% av føroyingunum í kanningini í útbúgving.

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

9


Mynd 3: Førleikagevandi útbúgving úr Danmark skift á kyn Mannfólk

Konufólk

46

Langar hægri útbúgvingar

23 21

Miðallangar hægri útbúgvingar

39 13

Stuttar hægri útbúgvingar

22 12

Lærlingar

8 6

Annað

6 2

Serarbeiðaraútbúgvingar

1 % 0

10

20

30

40

50

Viðm.: Íroknað persónar í útbúgvin, 22%.

Stórur munur er á kynunum, tá hugt verður eftir, hvørja førleikagevandi útbúgving føroyingarnir hava úr Danmark. Lutfalsliga tvífalt so nógv mannfólk hava ella eru undir longri hægri útbúgving. Konufólkini eru harafturímóti í meiriluta í miðallongu og styttri útbúgvingunum. Innan lærlinga- og serarbeiðaraútbúgvingar eru mannfólkini eisini í meiriluta samanborið við konufólkini. Tey luttakandi, ið fluttu til Danmarkar fyri at taka eina útbúgving (sí mynd 2), vórðu spurd, um tey høvdu tikið útbúgvingina í Føroyum, um hetta bar til. Mynd 4 vísir, hvussu nógv ávikavist svaraðu ja og nei.

10

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR


Mynd 4: Heldur útbúgving í Føroyum um gjørligt? (í %)

3

Ja Nei

34

Veit ikki

63

Ein triðingur av teimum, ið eru flutt til Danmarkar fyri at nema sær útbúgving, høvdu heldur tikið alla ella ein part av útbúgvingini í Føroyum, um hetta var gjørligt. Av teimum, ið høvdu valt at tikið útbúgvingina í Føroyum, eru 39% í longri hægri útbúgving, 32% í miðallangari hægri útbúgving og 17 í styttri hægri útbúgving. Harafturat eru 8% lærlingar. Tey eftirverandi 4% eru í aðrari útbúgving

Høvuðsyrki Niðan fyri sæst, hvat føroyingarnir í kanningini gera í Danmark. Mynd 5 vísir høvuðsyrkið hjá føroyingum í Danmark skift á kyn. Møguleiki var at velja ímillum 15 svarmøguleikar. Av tí at sera fá svar vóru til onkrar svarmøguleikar, eru nøkur løgd saman. Fólk í farloyvi, fólk í aktivering, kontanthjálpsmóttakarar, fyritíðarpensjonistar, eftirlønarmóttakarar, heimaarbeiðandi og fólk við hernaðarskyldu eru bólkað undir „annað“. Harafturat eru lærlingar við í bólkinum „í útbúgving“.

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

11


Mynd 5: Høvuðsyrki hjá føroyingum í Danmark skift á kyn

Mannfólk

Konufólk 39

Starvs-/tænastumaður

53 23 21

Í útbúgving

22

Faklærdur arbeiðari

13 7

Sjálvstøðug vinnurekandi

4 6

Ófaklærdur arbeiðari

5 1 1

Arbeiðsleysur

0

Annað

3 % 0

10

20

30

40

50

60

Sambært tølunum hava 75% arbeiði sum høvuðsyrki. Av teimum eftirverandi eru 22% í útbúgving og eini 3% eru arbeiðsleys ella annað. Mynd 5 vísir, at lutfalsliga fleiri konufólk eru starvsmenn/tænastumenn. Harafturímóti eru mannfólkini lutfalsliga fleiri í faklærdum arbeiði og sum sjálvstøðugt vinnurekandi.

Inntøkustøði Inntøkustøðið hjá teimum, ið hava arbeiði sum høvuðsyrki, verður lýst niðanfyri. Mynd 6 vísir árligu bruttoinntøkuna skift á kyn.

12

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR


Mynd 6: Bruttoinntøka skift á kyn Mannfólk

Konufólk

% 48

50 40

30 30

26

24

24

20

16 11

10

6

4 0

5

1

0 50.000 kr. - 99.999 kr.

100.000 kr. - 199.999 kr.

200.000 kr. - 299.999 kr.

300.000 kr. - 399.999 kr.

400.000 kr. - 499.999 kr.

500.000 kr. og meir

Stórur munur er á inntøkustøðinum hjá konufólki og mannfólki. Næstan helmingurin av konufólkunum vinna árliga millum 200.000 kr. og 300.000 kr. Hinvegin vinna fleiri enn tveir triðingar av mannfólkunum yvir 300.000 kr. um árið. Serliga er munurin millum kynini stórur tá árslønin er oman fyri 400.000 kr. Av mannfólkunum vinna 40% yvir 400.000 kr. árliga, samanborið við 11% av konufólkunum. Ein orsøk til ójavnan á inntøku hjá kynunum er helst, at tað er stórur ójavni í útbúgvingarstøði millum kynini. Sum sæst á mynd 3, eru væl fleiri mannfólk, sum eru í ella hava lokið eina longri hægri útbúgving. Talva 6 vísir býtið millum alment og privat starv, skift á kyn. Talva 6: Arbeiði í tí almenna ella privata skift á kyn %

Alment sett

Privat sett

Tilsamans

Manfólk

19

81

100

Konufólk

60

40

100

Tilsamans

45

55

100

Samlað arbeiða 45% í tí almenna, og 55% í tí privata. Stórur munur er millum kynini. Sum sæst á talvu 6, eru fleiri enn 80% av mannfólkunum í privatum starvi. Av konufólkunum eru 60% í almennum starvi. Stórur munur er á inntøkustøðinum hjá alment og privat settum. Av teimum í almennum starvi vinna 61% undir 300.000 kr. brutto um árið, samanborið við 36% av teimum í privatum starvi. Serliga er munurin stórur á inntøkustøðinum í teimum hægri inntøkubólkunum. Av teimum í privatum starvi vinna 34% yvir 400.000 kr. um árið, samanborið við 7% av teimum alment løntu. Hetta er helst orsakað av, at lutfalsliga fleiri konufólk arbeiða í tí almenna, og at konufólk hava lægri inntøku samanborið við mannfólk (sí mynd 6).

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

13


SAMBAND VIÐ FØROYAR Í hesum parti verða ymisk viðurskifti lýst, ið hava ávirkan á avgerðina um, hvar føroyingar í Danmark velja at búseta seg. Til dømis verður tilknýtið til ávikavist Føroyar og Danmark lýst, umframt sambandið við føroyska samfelagið. Tey luttakandi vórðu eisini spurd, um tey kenna seg sum føroying ella dana. Harafturat vórðu tey spurd, hvar tey ynskja at búgva í framtíðini, og hví tey enn eru í Danmark. Seinast í hesum parti er ein lýsing av hvørji sjónarmið føroyingar hava um ymiskar útsagnir, og hvønn týdning hetta hevur fyri, hvar teir ætla at búgva í framtíðini.

Tilknýti til Føroya Eitt, ið kann hava ávirkan á hugin at flyta aftur til Føroya, er tilknýtið til heimlandið. Niðan fyri verður hetta lýst nærri. Síðan verður hugt at, hvussu ofta føroyingarnir hava samband við familju og vinir í Føroyum, og nær teir seinast vitjaðu Føroyar. Um føroyingar kenna seg mest sum føroying ella dana verður lýst seinast í hesum parti. Hvønn tjóðskap persónarnir í kanningini kenna seg at vera av, hava vit valt at kallað tjóðarsamleiki. Tey luttakandi í kanningini vórðu spurd, hvussu sterkt tilknýti tey kenna til Føroya. Talva 7 vísir hvussu sterk hendan tilknýtiskenslan er. Talva 7: Tilknýti til Føroya (í %) Einki tilknýti

Minni tilknýti

Sterkt tilknýti

Sera sterkt tilknýti

Tilsamans

1

13

44

42

100

Sum sæst á talvu 7 kennir ein stórur meiriluti (86%) av føroyingunum í Danmark eitt sterkt ella sera sterkt tilknýti til Føroya. Á mynd 7 sæst, hvussu ofta føroyingar, búsitandi í Danmark, hava samband við familju og vinir í Føroyum. Mynd 7: Samband við familju og vinir í Føroyum (í %) 2

Hvønn dag

9 Hvørja viku 27 Hvønn mánað Hvørt ár

62

14

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR


Tey flestu, 62%, hava samband við familju og vinir í Føroyum hvørja viku. Harafturat hava 27% samband hvønn dag. Talva 8 vísir, nær føroyingar búsitandi í Danmark seinast hava verið í Føroyum. Talva 8: Seinast vitjað í Føroyum (í %) Seinasta hálva árið

Seinasta árið

Seinastu fimm árini

Seinastu tíggju árini

Tilsamans

43

34

20

2

100

Sum sæst á talvu 8 hava 43 % verið í Føroyum seinasta hálva árið. Góð 77% hava verið í Føroyum seinasta árið. Eingin stórvegis munur er á, hvussu ofta kynini vitja Føroyar. Talva 9 vísir, um føroyingar búsitandi í Danmark kenna seg sum føroying, dana ella eins nógv sum bæði. Talva 9: Tjóðarsamleiki (í %) Føroyskur

Danskur

Føroyskur og danskur

Tilsamans

64

9

27

100

Flestu føroyingar búsitandi í Danmark kenna seg mest sum føroying. Sum sæst á talvu 9 kenna 64% seg mest sum føroying og 9% mest sum dana. Eftirverandi 27% kenna seg eins nógv sum føroying og dana. Eingin stórvegis munur er á kynunum. Mynd 8 vísir sambandið millum tjóðarsamleika og tal av árum, føroyingar hava búð í Danmark. Mynd 8: Tjóðarsamleiki skiftur á ár í Danmark Føroyskur

Danskur

Føroyskur og danskur

% 100 90

3

4 10

10 20

80

15

13 27

31

70

32

40

60

35

50 40

87

76

30

59

53

20

48

38

10 0 0-4 ár

5-9 ár

10-14 ár

15-19 ár

20-24 ár

25 ár ella longri

Av teimum, ið hava búð í Danmark í 0-4 ár eru 87%, sum kenna seg mest sum føroying. Hetta talið fellur støðugt longri føroyingar hava búð í Danmark. Eftir 25 árum í Danmark eru kortini

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

15


lutfalsliga nógv, ið kenna seg mest sum føroying. Hinvegin veksur talið á teimum, ið kenna seg eins nógv sum føroying og dana ella mest sum dana yvir sama tíðarskeið.

Samband við føroyska samfelagið í Danmark Tey luttakandi fingu tríggjar spurningar, ið snúgva seg um sambandið við føroyska samfelagið í Danmark. Hetta eru spurningar, ið kunnu lýsa, um føroyingar hava áhuga í føroyskum viðurskiftum, hóast teir búgva í Danmark. Teir tríggir spurningarnir verða lýstir niðan fyri, og eru settir upp eftir, hvussu ofta føroyingar ávikavist eru í føroyingafelagi, til føroyskar guðstænastu ella møti og hvussu ofta teir fylgja við í føroysku miðlunum (bæði prentaðum, sjónvarpi, útvarpi, alnótini o.s.fr.). Harnæst er ein samanbering av, hvussu ofta føroyingar eru saman við ávikavist føroyskum og donskum vinum. Hetta, fyri at finna útav, hvat samband føroyingar hava við aðrar føroyingar, hóast teir búgva í Danmark. Mynd 9 vísir tilknýti til føroyska samfelagið í Danmark og nýtslu av føroyskum miðlum. Mynd 9: Tilknýti til føroyska samfelagið í Danmark og nýtsla av føroyskum miðlum (í %)

Hvørja viku

Hvønn dag

3

3 4

8

Hvønn mánað

41

Sjáldan

Hvussu ofta ert tú í føroyingafelagi?

47

21

Hvussu ofta ert tú til føroyska guðs-tænastu?

72

44

25

Ongantíð

10

16

Hvussu ofta fylgir 4 tú við í føroyskum miðlum?

Á mynd 9 sæst, at nærum helmingurin av føroyingunum ongantíð eru í einum føroyingafelagi. Samlað eru bert 11% í einum føroyingafelagi minst einaferð um mánaðin. Somuleiðis er ein stórur partur av føroyingunum ongantíð til føroyskar guðstænastu ella møti. Myndin vísir, at 72% ongantíð eru til føroyskar guðstænastur, og at 21% sjáldan eru til hesar. Havast skal í huga, at kanningin ikki vísir, hvar í Danmark, tey spurdu búgva. Óivað eru fleiri, ið búgva í býi, har onki føroyingafelag ella føroyskar guðstænastur eru, og er tað møguliga ein av orsøkunum til, at talið av føroyingum, ið sjáldan ella ongantíð vitja hesi er so høgt. Harumframt vísir myndin, at ein meiriluti av føroyingunum eru í samband við føroyskar miðlar hvønn dag ella hvørja viku. Talva 10 vísir nýtslu av føroyskum miðlum, skift á tal av árum í Danmark. Við at hyggja eftir nýtslu av føroyskum miðlum samanborið við tal av árum í Danmark, ber til at finna útav um áramálið í Danmark hevur ávirkan á, hvussu nógv føroyingar fylgja við í føroysku miðlunum.

16

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR


Talva 10: Miðlanýtsla skift á ár í Danmark %

Hvønn dag

Hvørja viku

Hvønn mánað

Sjáldan

Ongantíð

0-4 ár

65

15

11

10

1

Tilsamans 100

5-9 ár

50

30

5

13

2

100

10-14 ár

40

26

13

15

6

100

15-19 ár

35

28

14

19

6

100

20-24 ár

35

25

10

25

6

100

25 ár +

35

15

8

35

8

100

Tilsamans

44

25

10

16

4

100

Eitt greitt samband er millum áhuga fyri føroyskum viðurskiftum og áramál í Danmark. Talva 10 vísir, at 80% av teimum, ið hava búð í Danmark í upp til 4 ár, fylgja við í føroysku miðlunum hvønn dag ella hvørja viku. Talið á føroyingum, ið fylgja við í føroyskum miðlum hvønn dag, fellur tess longri viðkomandi hevur búð í Danmark. Á mynd 10 sæst hvussu ofta føroyingar búsitandi í Danmark eru saman við ávikavist donskum og føroyskum vinum. Mynd 10: Samband við føroyskar og danskar vinir (í %) Hvørja viku

Hvønn dag

42

15

34

Hvønn mánað

Sjáldan

42

11

25

20

Ongantíð

Hvussu ofta ert 4 1 tú saman við donskum vinum?

6

Hvussu ofta ert tú saman við føroyskum vinum?

Sum heild eru føroyingar í Danmark væl oftari saman við donskum vinum enn føroyskum. Mynd 10 vísir, at 84% av teimum spurdu eru saman við donskum vinum hvønn dag ella hvørja viku, samanborið við 49%, ið eru saman við føroyskum vinum dagliga ella hvørja viku. Hugsast kann, at ein av orsøkunum til, at munurin er so stórur, er, at føroyingar búsitandi í Danmark arbeiða ella lesa saman við donskum vinum, og tí síggja teir dagliga. Stórvegis munur er ikki á kynunum, tá hugt verður eftir, hvussu ofta tey eru saman við ávikavist donskum og føroyskum vinum. Fyri at lýsa ein av faktorunum, ið hevur ávirkan á, hvussu ofta føroyingar eru saman við øðrum føroyingum, verður tjóðskapur makans tikin við niðanfyri. Mynd 11 vísir, hvønn tjóðskap makin hevur og hvussu ofta føroyingar í Danmark eru saman við føroyskum vinum.

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

17


Mynd 11: Tjóðskapur makans og sambandið við føroyskar vinir Makin dani

Makin føroyingur 45

Makin annan tjóðskap

42

40 35 35 30

29

27 26

25

27

26 23

22

20 15

12 8

10

9 6

6

5

2

0 Hvønn dag

Hvørja viku

Hvønn mánað

Sjáldan

Ongantíð

Føroyingar við føroyskum maka eru oftari saman við føroyskum vinum samanborið við føroyingar við donskum maka. Á mynd 11 sæst, at 64% av føroyingunum við føroyskum maka eru saman við føroyskum vinum hvønn dag ella hvørja viku. Hetta talið er 35% hjá føroyingum við donskum maka.

Tilknýti til Danmark Tað er umráðandi at vita, hvussu sterkt tilknýti føroyingar kenna til Danmarkar, tá hugsað verður um, hvørji líkindini eru fyri, at teir flyta heimaftur. Hugsast kann at tey, ið hava eitt sera sterkt tilknýti til Danmark neyvan flyta aftur til Føroya. Hetta er tó ikki sjálvsagt, tí møguleiki er fyri at hava eitt sterkt tilknýti til eitt land, uttan at hetta hevur týdning fyri, hvar ein ynskir at búgva. Á talvu 7 varð tilknýtið til Føroyar lýst, og niðan fyri verður tilknýtið til Danmark lýst í mun til hvussu nógv ár føroyingarnir hava búð í Danmark. Seinast í hesum parti verða høvuðsorsøkirnar til at føroyingar enn búgva í Danmark lýstar. Talva 11 vísir tilknýtið hjá føroyingum til Danmark skift á tal av árum í Danmark. Talva 11: Tilknýti til Danmark skift á ár í Danmark

18

%

Einki tilknýti

Minni tilknýti

Sterkt tilknýti

Sera sterkt tilknýti

Tilsamans

0-4 ár

1

35

47

17

100

5-9 ár

1

23

57

19

100

10-14 ár

2

11

55

31

100

15-19 ár

11

50

39

100

20-24 ár

1

7

52

40

100

25 ár +

8

44

48

100

Tilsamans

1

17

53

29

100

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR


Tilknýtið hjá føroyingum til Danmark er sera sterkt. Yvir helmingurin hevur sterkt tilknýti til Danmark. Harafturat hava 29% eitt sera sterkt tilknýti. Konufólk hava eitt sterkari tilknýti til Danmark, samanborið við mannfólk. Talið av føroyingum, ið hava eitt sera sterkt tilknýti til Danmark veksur støðugt, tess longri hesi hava búð í Danmark. Mynd 12 vísir orsøkir til, at føroyingar enn eru í Danmark. Av tí at tey luttakandi høvdu møguleika at velja fleiri svar, er samlaða prosenttalið yvir 100%. Mynd 12: Orsøkir til at føroyingar enn eru í Danmark skiftar á kyn

Mannfólk Havi stovnað familju í Danmark

Konufólk 71 56

45 47

Havi arbeiði í Danmark 20 21

Lesi í Danmark 12 14

Annað Lønin er betri í Danmark

12 11

Arbeiðið í Føroyum er ikki nóg áhugavert

6 8 5 4

Havi familju í Danmark Fái ikki arbeiði í Føroyum

2 4 1 1

Fari í útbúgving í Danmark

% 0

10

20

30

40

50

60

70

80

Viðm.: Møguleiki var at velja fleiri svar.

Høvuðsorsøkin til, at føroyingar enn eru í Danmark, er, at teir hava stovnað familju. Væl fleiri konufólk hava stovnað familju í Danmark, samanborið við mannfólk. Umframt familju er arbeiði ein høvuðsorsøk til, at føroyingar eru búsitandi í Danmark. Harafturat er umleið fimti hvør enn í Danmark, tí tey eru í útbúgving.

Framtíðarætlanir Hesin partur lýsir, hvar føroyingar ynskja at búgva í framtíðini. Føroyingarnir vórðu eisini spurdir, hvar í Føroyum teir búðu, áðrenn teir fluttu til Danmarkar. Teir vórðu somuleiðis spurdir um, hvar í Føroyum, teir høvdu sett búgv, um teir fluttu heimaftur.

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

19


Talva 12 vísir, hvar føroyingarnir ynskja at búgva í framtíðini skift á kyn. Til bar at velja Føroyar, Danmark, Føroyar ella Danmark, ella annað land. Talva 12: Framtíðar bústaðarætlan skift á kyn Í Føroyum

Í Danmark

Í Føroyum ella Danmark

Í øðrum landi

Veit ikki

Tilsamans

Mannfólk

25

48

17

5

5

100

Konufólk

21

56

18

2

3

100

Tilsamans

22

53

18

3

4

100

%

Umleið helmingurin, 53%, av teimum luttakandi ynskja at verða búgvandi í Danmark. Lutfalsliga fleiri mannfólk ynskja at búgva í Føroyum samanborið við konufólk. Mynd 13 vísir framtíðar bústaðarynski skift á, hvussu nógv ár føroyingar hava búð í Danmark. Mynd 13: Framtíðar bústaðarætlan skift á ár í Danmark Í øðrum landi

Í Føroyum ella Danmark

Í Danmark

Í Føroyum

100 90 80 70 60 50 40 30 20 10 0 0-4 ár

5-9 ár

10-14 ár

15-19 ár

20-24 ár

25 ár ella longri

Á mynd 13 sæst, at av teimum, ið hava búð upp til 4 ár í Danmark, ynskja umleið 50% at búgva í Føroyum. Aftaná 4 ár í Danmark minkar hesin partur støðugt. Bólkurin við teimum, ið ynskja at búgva í Danmark, er støðugt vaksandi við talum av árum í Danmark. Av teimum, ið hava búð í Danmark í 0-4 ár ynskja góð 20% at búgva í Danmark samanborið við umleið 64% av teimum, ið hava búð í Danmark í 10 ár ella longri. Aftaná 9 ár í Danmark eru fleiri, ið ynskja at búgva í Danmark samanborið við tey, ið ynskja at búgva í Føroyum. Talið av teimum ið fegin vilja búgva í Føroyum ella Danmark er lutfalsliga javnt fyri allar bólkar. Talva 13 vísir, hvar í Føroyum, tey spurdu búðu, áðrenn tey fluttu til Danmarkar og hvar tey, ið hava ætlanir um at flyta heim, ynskja at búseta seg.

20

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR


Talva 13: Hvar flutt varð frá og hvar flutt verður til %

Í Tórshavn

Í øðrum býi

Á bygd

Ymiskt

Tilsamans

Bústaður í Føroyum áðrenn flutt varð til Danmarkar

45

29

25

1

100

Bústaður í Føroyum um flutt verður heim

71

9

13

3

100

Sum sæst hevur nærum helmingurin búð í Tórshavn, áðrenn tey fluttu til Danmarkar. Av øllum teimum, sum umhugsa at flyta aftur til Føroya, ynskja 71% at búgva í Tórshavn, 9% ynskja at búgva í øðrum býi og 13% á bygd. Tað eru sostatt lutfalsliga væl fleiri, sum ynskja at búseta seg í Tórshavn, um tey flyta heim, í mun til hvussu nógv fluttu úr Tórshavn til Danmarkar.

Hugburður til føroysk viðurskifti Fyri at finna útav hvørja hugsan føroyingar í Danmark hava um Føroyar og føroysk viðurskifti, tóku teir støðu til, hvussu samdir ella ósamdir teir vóru í ymiskum útsøgnum og síðani, hvønn týdning útsagnirnar hava fyri hvar teir ynskja at búgva. Mynd 14 vísir, hvussu samdir ella ósamdir føroyingar búsitandi í Danmark eru í 6 ymiskum persónligum útsøgnum, ið viðvíkja Føroyum. Mynd 14: Persónlig sjónarmið viðvíkjandi Føroyum

1 5

34

6

6

8

33

18

42

Tað er gott hjá børnum at vaksa upp í Føroyum Eg ynski at børn míni læra føroyskt

56

37

17

Sera samd

59

31

3 6

6

Samd

Ósamd

Sera ósamd

53

Tað hevur týdning fyri meg at vera saman við vinum og familju í Føroyum

53

Eg sakni føroysku náttúruna

39

25

Eg ynski at skapa búskaparliga og mentanarliga framgongd í Føroyum

26

22

11

Eg sakni føroyska frítíðarvirksemið

Á mynd 14 sæst, at yvir 90% eru samd ella sera samd í, at Føroyar eru eitt gott stað hjá børnum at vaksa upp. Einans 6% eru ósamd ella sera ósamd. Yvir helmingurin eru sera samd í, at tað hevur týdning at vera saman við familju og vinum í Føroyum. 37% afturat hesum eru samd. Samlað eru níggju út av tíggju samd ella sera samd í útsøgnini. Heili 87% ynskja at børnini læra føroyskt. Um hugt verður eftir tjóðskapi makans, so sæst, at í teimum førum har makin er føroyingur eru 92% samd ella sera samd í, at tað hevur týdning at børnini læra føroyskt.

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

21


Hjá teimum, ið hava danskan maka, er talið 83%. Av teimum, ið ætla at búgva í Føroyum í framtíðini, ynskja 97% at børnini læra føroyskt, samanborið við 81% av teimum, ið ynskja at búgva í Danmark í framtíðini. Flestu føroyingar í Danmark sakna føroysku náttúruna. Tey, ið sakna føroysku náttúruna telja 86%. Myndin vísir eisini, at 65% ynskja at skapa búskaparliga og mentanarliga framgongd í Føroyum. Lutfalsliga nógv, ið kenna seg sum dana, ynskja ikki at vera við til at skapa búskaparliga og mentanarliga framgongd í Føroyum. Hinvegin eru nógv, ið kenna seg sum føroyingar, ið ynskja hetta. Heili 67% sakna ikki frítíðarvirksemið í Føroyum. Frítíðarvirksemið er í hesum føri tað siðbundna virksemið – fiskiskapur, seyðahald, grindadráp o.s.fr. Stórur munur er á, hvussu nógv mannfólk og konufólk sakna siðbundna virksemið í Føroyum. Av konufólkunum siga 27%, at tær eru samdar ella sera samdar í, at tær sakna frítíðarvirksemið í Føroyum, og hetta talið er 43% hjá mannfólkunum. Mynd 15 vísir, um føroyingar í Danmark eru samdir ella ósamdir í níggju ymiskum útsøgnum, ið snúgva seg um Føroyar, føroyska samfelagið og føroysk viðurskifti. Mynd 15: Sjónarmið viðvíkjandi Føroyum (í %)

Ósamd

Sera ósamd

10

17

5

13

5

13

3

1

6

29

10

19

22

13

32

34

Fíggjarligu og sosialu stuðulsskipaninar eru ov vánaligar

32

28

33

21

Fakligar avbjóðingar og fakligt umhvørvið vantar í Føroyum

37

24

26

Samfelagið er ov konservativt

40

37

Sera samd

Veðrið er ov vánaligt

48

37

9

12

Samd

24

4

13

22

Veit ikki

23

23

Trupult er at finna stað at búgva

20

Barnaansingartilboðini eru ov vánalig

12

29

16

Eg stúri fyri vánaliga umdøminum hjá fólkaskúlanum

12

28

16

Útboðið av frítíðarítrivum og mentanarligum tilboðum er ov vánaligt

37

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

3

13

12

Reglusemið á flogferðsluni millum Føroyar og Danmark er ov vánaligt


Heili 77% halda, at føroyska samfelagið er ov konservativt. Somuleiðis heldur ein stórur meiriluti, 74%, at fakligar avbjóðingar og fakligt umhvørvi vantar í Føroyum. Um hugt verður eftir, hvat fólk halda um veðrið í Føroyum, so vísir myndin oman fyri, at 72% eru samd ella sera samd í, at veðrið í Føroyum er ov vánaligt. Á mynd 15 sæst eisini, at 61% eru samd ella sera samd í, at fíggjarligu og sosialu stuðulsskipanirnar í Føroyum eru ov vánaligar. Eisini er áhugavert, at 24% siga seg ikki kenna nakað til hesi viðurskifti. Fleiri konufólk halda, at fíggjarligu og sosialu stuðulsskipanirnar í Føroyum eru ov vánaligar samanborið við mannfólk. Um hugt verður eftir støku uppihaldarunum, so sæst, at heili 67% eru samd ella sera samd í, at fíggjarligu og sosialu stuðulsskipanirnar í Føroyum eru ov vánaligar. Yvir helvtin av føroyingunum í Danmark eru samdir ella sera samdir í, at tað er trupult at finna eitt stað at búgva í Føroyum. Á myndini sæst eisini, at 45% stúra fyri vánaliga umdøminum hjá fólkaskúlanum í Føroyum. Umleið eins nógv eru, sum eru nøgd og ónøgd við útboðið av frítíðarítrivum og mentanarligum tilboðum í Føroyum. Um hugt verður eftir hugburðinum viðvíkjandi barnaansing í Føroyum, so eru 43% samd ella sera samd í, at barnaansingartilboðini eru ov vánalig. Vit síggja eisini at ein triðingur ikki veit um barnaansingartilboðini eru ov vánalig. 25% halda, at reglusemið á flogferðsluni er ein trupulleiki. Tey luttakandi vóru eisini spurd um, hvønn týdning oman fyri nevndu viðurskifti (sí mynd 14 og 15) hava á hugin at flyta til Føroya ella verða verandi í Danmark. Miðaltølini, fyri hvussu samd ella ósamd og hvønn týdning útsagnirnar hava, eru víst í myndini niðanfyri. Mynd 16: Hvat hevur týdning fyri um føroyingar velja at flyta heim? Tað er gott hjá børnum at vaksa upp í Føroyum

Sera 4,0 samd

Hugburður

3,5 Samd 3,0

Eg ynski at børn míni læra føroyskt

Eg sakni føroysku náttúruna

Tað hevur týdning fyri meg at vera saman við vinum og familju í Føroyum

Eg ynski at skapa búskapar- og mentanarliga framgongd í Føroyum

2,5 Ósamd 2,0 1,5 Sera ósamd 1,0 1,0 Ongan týdning

Eg sakni føroyska frítíðarvirksemið

1,5

2,0 Nakað av týdningi

2,5

3,0 Stóran týdning

Týdningur

Hóast tey spurdu eru samd í fleiri av útsøgnunum, sæst, at viðurskiftini ikki hava serliga stóran týdningin fyri, hvar tey vilja búgva. Á mynd 16 sæst, at føroyingar í Danmark ikki sakna føroyska frítíðarvirksemið, og at hetta ikki hevur týdning fyri, um teir ynskja at flyta til Føroya. Føroyingarnir eru í miðal samdir ella sera samdir í, at tað er gott hjá børnum at vaksa upp í Føroyum. Hetta hevur eisini nakað av týdningi fyri, um teir velja at flyta heimaftur. Tað, ið tykist draga mest við Føroyum, er ynskið um at vera saman við vinum og familju í Føroyum.

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

23


Mynd 17 vísir – á sama hátt sum mynd 16 – miðaltøl fyri, hvussu samdir ella ósamdir føroyingarnir eru í nøkrum útsøgnum, og hvussu stóran týdning viðurskiftini hava á ynski um at verða búsitandi í Danmark. Mynd 17: Hvat hevur týdning fyri at føroyingar verða búsitandi í Danmark?

Sera 4,0 samd

Fíggjarligu og sosialu stuðulsskipanirnar eru ov vánaligar

Hugburður

3,5 Samd 3,0

2,5 Ósamd 2,0

1,5

Samfelagið er ov konservativt Fakligar avbjóðingar og fakligt umhvørvi vantar

Barnaansingartilboðini eru ov vánalig

Veðrið er ov vánaligt

Eg stúri fyri vánaliga umdøminum hjá føroyska fólkaskúlanum Reglusemið á flogferðsluni er ov vánaligt

Sera 1,0 ósamd 1,0 Ongan týdning

1,5

Trupult er at finna eitt stað at búgva Útboðið av frítíðarítrivum og mentanarligum tiltøkum er ov vánaligt

2,0 Nakað av týdningi

2,5

3,0 Stóran týdning

Týdningur

Hóast føroyingarnir eru samdir í fleiri av útsøgnunum, bendir einki á, at viðurskiftini hava stóran týdning fyri, um teir flyta heim ella ikki. Mynd 17 vísir, at í miðal halda tey spurdu ikki, at reglusemið á flogferðsluni er ov vánaligt. Samstundis hevur hetta ongan týdning fyri, um tey ynskja at verða verandi í Danmark. Størsta ávirkan á, at føroyingar verða verandi í Danmark eru vantandi fakligar avbjóðingar og fakligt umhvørvi í Føroyum. Eftirverandi útsagnir hava millum ongan týdning og nakað av týdningi fyri, hvar føroyingar ynskja at búgva í framtíðini. Hugburðurin til eftirverandi útsagnirnar er rættuliga ólíkur.

24

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR


FÝRA BÓLKAR AV FØROYINGUM Í DANMARK Eitt av endamálunum við kanningini er at fáa eina ábending um, hvat kann gerast fyri at fáa fleiri føroyingar at flyta heimaftur. Vit hava við hagfrøðiligum amboðum bólkað føroyingar í Danmark í fýra bólkar. Í hesum parti verður roynt at lýsa hesar bólkar. Vit hava serliga lagt dent á at kanna, hvat skal til fyri at fáa einstøku bólkarnar at flyta heim aftur til Føroya.

Um faktor- og bólkagreiningina Vit hava gjørt eina faktorgreining av spurningunum um sjónarmiðini viðvíkjandi Føroyum, sí mynd 14 og 15. Í stuttum kann sigast, at ein faktorgreining er ein hagfrøðiligur kanningarháttur, ið kann nýtast til at bólka spurningar, ið umboða tað sama. Til dømis svara persónar, ið siga seg sakna føroyska frítíðarítrivið, í nógvum førum eisini, at tey sakna føroysku nátturuna. Faktorgreiningin av teimum 14 spurningunum um persónlig og meira almenn sjónarmið viðvíkjandi Føroyum eyðmerkti tríggjar faktorar. Hesar tríggjar faktorar hava vit nýtt til at bólka persónarnar í kanningini í 4 bólkar. Heilt stutt kann sigast, at allir luttakararnir í kanningini eru bólkaðir við einari bólkagreining (clusteranalysu), í mun til hvar teir liggja á teimum trimum faktorunum. Sostatt fevna bólkarnir um persónar, ið hava svarað umleið tað sama til útsagnirnar viðvíkjandi Føroyum. Á heimasíðuni hjá Norðuratlantsbólkinum, www.dnag.dk, er ein meira nágreinilig lýsing av faktor- og bólkagreiningini, og sjálvum bólkunum.

Lýsing av bólkunum Bólkarnir verða niðan fyri lýstir og skilmarkaðir við at taka fram høvuðstættir hjá hvørjum einstøkum bólki. Havast skal í huga, at bólkarnir fevna um nógvar ymiskar persónar, so lýsingarnar skulu sjálvandi takast við fyrivarni. Eitt yvirlit yvir felagseyðkenni fyri persónar í teimum fýra bólkunum er víst í talvu 14.

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

25


Talva 14: Úrslit av bólkagreining Bólkur 1

Bólkur 2

Bólkur 3

Bólkur 4

Siðbundin og sameind

Grundfest og sameind

Modernistisk og framsøkin

Modernistisk og heimkær

Tal av persónum (921 tilsamans) 210

229

258 • Ung

224 • Ung

• Ikki ung

• Ikki ung

• Flest konufólk

• Konufólk og mannfólk • Konufólk og mannfólk • Flest mannfólk

• Lága ella miðal inntøku

• Miðal inntøku

• Lesandi

• Danskan maka

• Føroyskan maka

• Búð leingi í Danmark

• Eingi børn

• Danskan maka • Hava barn/børn • Búð leingi í Danmark • Vilja helst búgva í Danmark • Sakna Føroyar • Ikki áhuga í føroyskum politikki • Finnast at føroyskum viðurskiftum, so sum banaansingartilboðum og stuðulsskipanum

• Trívast sera væl í Danmark • Sakna ikki Føroyar • Ikki áhuga í føroyskum viðurskiftum og føroyskum politikki • Eru í Danmark, tí tey arbeiða í Danmark

• Eru í Danmark, tí tey hava stovnað familju

• Búð stutt í Danmark • Ynskja at flyta aftur til Føroya • Sakna Føroyar • Vilja vera við til at skapa framgongd í Føroyum • Finnast at føroyskum viðurskiftum, so sum banaansingartilboðum og stuðulsskipanum • Eru í Danmark, tí tey lesa

• Lesandi ella í góðum starvi, við høgari inntøku • Føroyskan ella danskan maka • Vita ikki um tey vilja búgva í Føroyum ella Danmark, men halla mest til Føroyar • Sakna Føroyar • Finnast ikki at føroyskum viðurskiftum, so sum barnaansingartilboðum, stuðulsskipanum og umdøminum hjá fólkaskúlanum • Eru í Danmark, tí tey lesa ella hava stovnað familju

Bólkur 1. Siðbundin og sameind Í bólkinum siðbundin og sameind (integrerað) eru lutfalsliga fleiri konufólk, tey eru 35 ár og eldri og hava barn/børn við donskum maka, sum tey hava møtt í Danmark. Tey hava lága ella onga útbúgving og lága til miðalløn. Tey hava búð leingi í Danmark, hava funnið seg til rættis í danska samfelagnum og ynskja ikki at flyta aftur til Føroya. Høvuðsorsøkin til, at tey enn eru í Danmark er, at tey hava stovnað familju. Tey hava lítlan áhuga í føroyskum politikki, men hava áskoðanir um føroysk samfelagsviðurskifti: tey halda lítið um fíggjarligu og sosialu skipanirnar í Føroyum, tey halda at barnaansingartilboðini í Føroyum eru ov vánalig og at tað er ov dýrt ella trupult at finna eitt stað at búgva. Hóast tey ikki hava ætlanir um at flyta aftur til Føroya, sakna tey føroysku náttúruna og halda at Føroyar eru eitt gott stað hjá børnum at vaksa upp.

Bólkur 2. Grundfest og sameind Tey grundfestu (etableraðu) og sameindu eru 35 ár og eldri. Tey hava eina miðallanga hægri útbúgving og miðalinntøku. Hesi hava búð í Danmark í lutfalsliga nógv ár, og ynskja at verða búgvandi í Danmark. Tey hava danskan maka, sum tey hava møtt í Danmark, og tey eru í Danmark, tí at tey hava arbeiði í Danmark. Fólk í hesum bólki trívast sera væl í Danmark, hava lítið tilknýti til Føroya, eru sjáldan á vitjan í Føroyum, fylgja lítið við í føroyskum viðurskiftum, eru sjáldan saman við øðrum føroyingum og umhugsa ongantíð at flyta heim aftur til Føroya. Hesin bólkur hevur tikið danskar siðir til sín og hevur sera sterkt tilknýti til Danmark. Tey

26

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR


ynskja ikki at børnini skulu læra føroyska málið og ynskja ikki at vera við til at skapa búskaparliga ella mentanarliga framgongd í Føroyum. Tað hevur ongan týdning fyri hesi, at vera saman við familju og vinum í Føroyum, og tey sakna ikki føroysku náttúruna ella frítíðarvirksemið í Føroyum. Meirilutin í hesum bólki hevur einki innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, so sum barnaansingartilboð, bústaðarviðurskifti og fíggjarligar og sosialar skipanir. Fólk í hesum bólki halda, at Føroyar eru ov konservativar og sammett við hinar bólkarnar, fluttu hesi úr Føroyum, tí at „okkurt skuldi henda“.

Bólkur 3. Modernistisk og framsøkin Fólk í hesum bólki eru yngri enn 30 ár. Tey eru lesandi, búgva í leiguíbúð, hava føroyskan maka og eingi børn. Hesi stremba eftir eini góðari yrkisleið og fluttu til Danmarkar í sambandi við hægri lesna. Hesi hava eitt sera sterkt tilknýti til Føroya: tey eru nógv saman við øðrum føroyingum, eru ofta heima í Føroyum, fylgja væl við í føroyskum viðurskiftum og sakna Føroyar. Hesi hava búð stutt í Danmark og hava í flestu førum ætlanir um at flyta aftur til Føroya. Samstundis seta fólk í hesum bólki krøv til føroyska samfelagið. Tey halda at Føroyar eru ov konservativar, og at barnaansingartilboðini, fíggjarligu og sosialu skipanirnar, útboðini av frítíðarítrivum og mentanarligum tilboðum eru ov vánalig í Føroyum. Harafturat halda tey, at fakligar avbjóðingar og fakligt umhvørvið vantar í Føroyum, og tey stúra fyri vánaliga umdøminum hjá føroyska fólkaskúlanum. Hesi ynskja at vera við til at skapa búskaparliga og mentanarliga framgongd í Føroyum.

Bólkur 4. Modernistisk og heimkær Í bólkinum modernistisk og heimkær er ein yvirvág av yngri monnum, sum eru í hægri útbúgving ella sum hava gott starv, hava høga inntøku og búgva í eigaraíbúð. Tey eru flutt til Danmarkar fyri at fáa sær eina útbúgving, og ætla í flestu førum at flyta heimaftur. Nøkur teirra eru tó í iva, um tey ynskja at búgva í Føroyum ella Danmark. Hesi kenna seg mest sum føroying, hava eitt sera sterkt tilknýti til Føroya og fylgja væl við í føroyskum viðurskiftum. Tey finnast tó ikki at føroyskum samfelagsviðurskiftum og eru sera jalig um Føroyar sum heild. Fólk í hesum bólki høvdu tikið útbúgvingina í Føroyum, um tað bar til.

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

27


Mynd 18: Framtíðar bústaðarætlan skift á bólkar Í Føroyum % 100 90

Í Føroyum ella Danmark

Í Danmark

3

3 9

21

80

Í øðrum landi 1

5 17

23

43

43

31

29

Modernistisk og framsøkin

Modernistisk og heimkær

70 60 50

50

79

40 30 20 10

22 6

0 Siðbundin og sameind

Grundfest og sameind

Mynd 18 vísir, at tað serliga er bólkur 3 og 4, ið ætla at búgva í Føroyum í framtíðini. Bólkur 2 er minst áhugaður í at flyta heimaftur. Umframt at lutfalsliga flest í bólki 3 og 4 ynskja at búgva í Føroyum í framtíðini, so eru tað eisini fólkini í hesum bólkum, sum kenna seg mest sum føroyingar. Í bólki 2 eru flest, ið kenna seg sum danir (sí mynd 19). Mynd 19: Tjóðarsamleiki skiftur á bólkar Føroyskur

Føroyskur og danskur

Danskur

% 100 90 80 70

30

22

21

7

6

71

73

Modernistisk og framsøkin

Modernistisk og heimkær

39

5

60 20

50 40 30

65 40

20 10 0 Siðbundin og sameind

28

Grundfest og sameind

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR


Mynd 20 vísir áhugan hjá teimum fýra bólkunum fyri føroyskum politikki. Myndin vísir á henda hátt eisini, hvønn áhuga ymisku bólkarnir hava fyri føroyskum viðurskiftum. Bólkurin „modernistisk og framsøkin“ (bólkur 3) umframt bólkurin „modernistisk og heimkær“ (bólkur 4) eru sera áhugaði í føroyskum politikki. Hinvegin hevur bólkurin „grundfest og sameind“ (bólkur 2) als ongan áhuga fyri føroyskum viðurskiftum. Tey í bólkinum „siðbundin og sameind“ (bólkur 1) hava lítlan áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, men tó er áhugin størri samanborið við bólkin „grundfest og sameind“. Mynd 20: Áhugi fyri føroyskum politikki skift á bólkar Nakað av áhuga

Lítlan áhuga

Ongan áhuga

Stóran áhuga

% 100 12

6

90

27

20 80

20

25

70 32 60

29 43

50 40

45

30 20 10

31

36

12

12

Modernistisk og framsøkin

Modernistisk og heimkær

32 18

0 Siðbundin og sameind

Grundfest og sameind

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

29


Samandráttur av bólkagreining Eftir at hava funnið fram til ymisk eyðkenni, ið vórðu nýtt til at algilda fýra bólkar kunnu vit nú gera eina lítla niðurstøðu um, hvørjir føroyingar til ber at fáa heim aftur til Føroya. Niðurstøðan skal sjálvandi takast við stórum fyrivarni, av tí at bólkabýtið er gjørt við einum rættiliga grovum hagfrøðiligum amboði. Líkt er til, at tey siðbundnu og sameindu (bólkur 1) endaliga hava valt Føroyar frá. Tey halda lítið um fíggjarligu og sosialu stuðulsskipanirnar í Føroyum, tey halda, at barnaansingartilboðini í Føroyum eru ov vánalig, og at tað er ov dýrt ella trupult at finna bústað í Føroyum. Hesi sakna tó Føroyar og halda – hóast alt – at Føroyar eru eitt gott land hjá børnum at vaksa upp í. Um færri skulu enda í hesum bólki komandi árini, so má bøtast um sosialu skipanirnar í Føroyum, so tær koma upp á danskt støði. Tað fær neyvan fleiri í hesum bólkinum at flyta heim, men tað kann møguliga minka um talið á teimum í hesu støðu og við hesum hugburði, sum flyta til Danmarkar í framtíðini. Torførast er helst at fáa tey grundfestu og sameindu (bólkur 2) heim aftur til Føroya. Hesi tykjast at hava fest røtur í Danmark og at hava mist mestsum alt tilknýti til Føroyar. Felags fyri hesi er eisini, at tey eru sera neilig mótvegis Føroyum samanborið við hinar bólkarnar. Sum víst varð á í lýsingini av bólkinum, fluttu tey í nógvum førum til Danmarkar, tí at tey vildu, at „okkurt skuldi henda“. Tey modernistisku og framsøknu (bólkur 3) vilja fegin flyta heim til Føroya og kenslurnar mótvegis føroyska samfelagnum eru sterkar. Tó seta hesi krøv um ábøtur innan samfelagsviðurskiftini í Føroyum, so sum ferðasamband til útheimin, barnaansingartilboð o.s.fr. Sannlíkt er, at ein partur av teimum modernistisku og heimkæru (bólkur 4) flytur heim. Sum víst á eru fleiri teirra tó í iva um, hvørt tey ynskja at búgva í Føroyum ella í Danmark í framtíðini. Hesi ivasomu kundu kanska hugsað sær at flutt heim, men eru av einari ella aðrari orsøk komin í eina støðu, har tað ikki serliga væl ber til. Kenslurnar mótvegis føroyska samfelagnum eru framvegis sterkar. Tó hava tey ofta fest røtur í Danmark og ilt er at síggja, hvørjar broytingar kunnu fáa hesi til at flyta heim til Føroya.

30

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR


ÚTGANGUR Leingi hevur verið gitt um ymisk viðurskifti, ið viðvíkja føroyingunum í Danmark. Henda spurnakanning er ein roynd at fáa nýggja vitan um hesi viðurskifti og fáa greiðu á nøkrum av gitingunum. Vit hava við hesum riti roynt at víst á hvørjir føroyingarnir í Danmark eru, og hvørji viðurskifti hava týdning fyri, hvar teir velja at búseta seg. Næsti partur av hesi kanning hjá Norðuratlantsbólkinum verður ein kvalitativ kanning, ið grevur djúpari í viðurskiftini hjá føroyingunum í Danmark. Kvalitativa kanningin fer at geva eina breiðari og meira djúptøkna mynd av føroyingum í Danmark, og grundgevingunum hjá teimum, ið velja at verða verandi í Danmark. Hesin partur kann geva nógvar upplýsingar um, hvat skal til fyri at fáa føroyingar í Danmark aftur til Føroya.

NORÐURATLANTSBÓLKURIN – RIT UM ÚTISETAR

31


Norðuratlantsbólkurin á fólkatingi Christiansborg • DK-1240 København K Telefon: (+45) 33 37 55 00 • Beinl. faks: (+45) 33 37 53 99 • www.dnag.dk

NORÐURATLANTSBÓLKURIN Á FÓLKATINGI The North Atlantic Group in the Danish Parliament Den Nordatlantiske Gruppe i Folketinget Atlantikup Avannaani Suleqatigiit


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.