Fjølnir 2022

Page 4

YVIRLÝSING:

Hvat er MFS Tór Marni Weihe, MFS forseti Filosofi & Russiskt mál og mentan Syddansk Universitet

Meginfelag Føroyskra Studenta – altíð og uttan undantak stytt MFS – er felagið hjá teimum, ið eru undir hægri útbúgving í Føroyum, og hjá teimum føroyingum, ið eru undir hægri útbúgving í útlondum.

O

kkara uppgáva er at tryggja, at rødd teirra lesandi altíð verð­ur hoyrd. Hugsa um okkum sum fak­felag teirra les­andi. Tá leiðslan á Fróðskapar­s etr­ inum, Menta­mála­ráðið ella onkur annar myndug­leiki ætlar at gera eitthvørt átak, ið ávirkar støðuna hjá lesandi, so tryggja vit, at atlit verða tikin til sjónarmiðini hjá teimum lesandi. Í altjóða høpi er MFS viðurkent á jøvnum føti við lestrarfelagsskapirnar í okkara granna­londum. Tí er MFS viðurkent sam­ ráðingarumboð við føroyskar mynd­ug­ leikar um viður­skifti hjá teimum lesandi. Vit eru eisini hoyringspartur í øllum lóg­ar­ arbeiði, sum ávirkar okkara limir. Vit taka hesa ábyrgd í ramasta álvara og gera altíð okkara ítasta at breiða út kunnleika um og fremja sjónar­miðini hjá teimum lesandi mótvegis politisku skipanini.

Felagsskapurin MFS verður stjórnað av ein­um ráði, ið verður valt á aðal­fund­inum fyri eitt ár í senn. Ráðið er evsta vald millum aðalfundir felags­ins og skipar seg við einum for­seta, varaforseta, fíggjar­stjóra, altjóða skrivara

6

og sam­skiftis- og marknaðar ­f ør­ingar­ stjóra. Ráðið hev­ur fastar nevndir, ið millum annað fáast við altjóða samstarv og politiskt sam­skifti. Harumframt hevur MFS nevnd­ir uttan­ fyri Føroyar (í løtuni í Keyp­manna­havn og Aalborg), eina skipan við ambassdørum, har lesandi fø­royingar eru (t.d. í Póllandi, Íslandi og Norra) – eins og vit samstarva væl við Ráð teirra lesandi (RTL) á Fróð­ skapar­setrinum.

Kom við! Arbeiðið í MFS er sera fjøl­broytt. Vit við­ gera lógaruppskot og skriva hoyrings­svar til politisku skipanina. Vit sam­starva við lestrarfeløg í øllum Evropa um út­búgv­ ing­ar­politisk mál. Vit útgeva blaðið, tú situr við. Vit eru við at skipa fyri alskyns tiltøkum fyri lesandi - so sum Pisudagar, Markleys Út­búgv­ing og Jobmatch. Og so skapa vit trivna og hugna allastaðni, har vit virka. Sum partur av MFS mennir tú nógv­ar før­ leikar, ið kunnu gagna tær seinni í lívinum, um­framt at tað altíð er gott við sjálv­bodnum arbeiði á CV’num.

MFS FORDØMIR RUSSISKU INNRÁSINA Í UKRAINA S

aman við okkara evropeisku samstarvsfeløgum fordøma vit í MFS russisku innrásina í Ukraina. Vit vilja undirstrika og vísa okkara samhaldsfesti við ukrainska fólkinum. Í dag eru tankar okkara serliga við vinum okkara í УАС (Українська асоціація студентів, Meginfelag teirra lesandi í Ukraina), hjá øllum ukrainskum lesandi og øllum teimum, ið virka í ella eru knýtt at útbúgvingarskipanini í Ukraina. Vit heita á føroyska myndugleikar – landsstýri og løgting – í tann mun tað letur seg gera, at hjálpa ukra­inskum

les­­andi, undir­­ vísarum, gransk­ arum og øðrum, ið nú flýggja und­an hern­aðar­­lig­um sam­ an­­brest­um – verið tað við fíggjar­ligari hjálp ella við at bjóðað teimum friðskjól í Fø­royum til støðan batnar.

STATEMENT:

MFS CONDEMNS THE RUSSIAN INVASION OF UKRAINE MFS today condemns the Russian invasion of Ukraine in the strongest possible terms. We stand in solidarity with the Ukrainian people and, as a student union, today our thoughts are with our friends in UAS (Ukrainian Association of Students), all Ukrainian students and everyone involved in the Ukrainian education sector and academia.

We urge the authorities of the Faroe Islands – parliament and executive – to offer Ukrainian students, professors, researchers and others any and all assistance possible, be it financial aid or providing those fleeing a refuge until the situation improves.

7


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.