Fjølnir 2022

Page 10

FJØLNIRHEIÐURIN

Veðurlags­ broytingar og sálarligar avleiðingar S Ingrið Larsen Sálarfrøði á Aalborg Universitet Aalborg

18

ambært Millumtjóða Veður­lags­ nevnd­ini hjá Sameindu Tjóðum (Unit­ ed Na­tions’ Intergovern­mental Panel on Cli­m­ate Change, IPCC) er veð­ur­lags­krepp­ an veru­leiki. Í sættu meting teirra verð­ ur stað­fest, at veðurlagsbroytingar óivað eru til, og menniskjan hevur ábyrgdina (IPCC, 2021). Umframt a­v leið­ing­ar fyri nátt­úr­una, eru sálar­ligu av­leið­ing­ar­nar í hes­um høpi eitt støðugt vaks­andi evni inn­an gransking. Longu nú er í høv­uðs­ heit­­um semja um, at hetta er ein trupul­ leiki (Brown, White & Nicholas, 2020, p. 1). Í hesi grein er ætlanin at greiða frá sál­ar­ ligu av­leið­ing­unum, við støði í pýra­midu Mas­lows um menn­iskj­­unn­ar tørv­ir, um­ framt hugtøkunum veður­lags­angist og sol­ast­algia. Ástøðingurin Abraham Maslow legði í 1943 fram ein frymil fyri menniskjunnar tørvir, ið avmyndast sum ein pyramida við trimum stigum. Niðast eru kropsligir tørvir og tørvurin á tryggleika. Likam­ligar tørvir kunnu vera tosti, svongd, svøvn­ ur, osf. Tørvurin á tryggleika kann lýsast sum at man t.d. hevur nøktandi fíggjar­ viðurskifti, eitt nøkt­andi starv og at man

býr í einum tryggum umhvørvi. Hesir tørvir eru grundleggjandi fyri at menn­ iskjan kann liva. Síðani koma sálarfrøðiligu tørvirnir. Sálarfrøðiligir tørvir kunnu t.d. vera at passa inn sosialt, at verða vird/ur og at hava nóg mikið av sjálvsvirði. Ovast í pýramiduni er sjálv­bún­ingartørvurin, sum einans ber til, um hini løgini í pyramiduni eru nøktað. Sjálvbúning kann lýsast sum, at man kann savna seg um at mennast persónliga (Poston, 2009, pp. 347-352). Í hesi grein verður denturin lagdur á tvey tey niðastu stigini, tí at eg meti tey mest viðkomandi fyri hetta evnið.

Í hesi grein er ætlanin at greiða frá sál­ar­ligu av­leið­ ing­unum, við støði í pýra­ midu Mas­lows um menn­ iskj­­unn­ar tørv­ir, um­framt hugtøkunum veður­lags­ angist og sol­ast­algia.

(Poston, 2009, p. 348)

Veðurlagskreppan hevur beinleiðis ávirkan á grund­leggjandi tørvir okkara. Sjóv­ar­málin hækk­ar, hitastigini økjast, luftin dálkast av CO2 út­láti og veðurlagið gerst sum heild ógvisligari (Brown et. al., 2020, p. 1). Hesar broytingar eru ser­liga vandamiklar fyri menniskju, sum liva í fá­tæk­r a­dømi, ofta í menningarlondum og eru lut­fals­liga nógv tengd at egnum grøðum. Av­grøðir­nar, ið eru treytaðar av veður­lagnum, eru av alstórum týdningi, tí burturúr teimum fæst bæði føði og inntøka. Um tær, orsakað av veður­lagsbroyt­ingum, gerast knappar, kann tað í summ­um førum elva til óvissa inntøku og hung­urs­neyð. Harafturat kunnu ógvisligu veður­lags­broytingarnar elva til materiellar skaðar (Brown, et. al., 2020, p. 1), sum t.d. at hús og heim ferst, hetta umframt skaða á týdningarmikil sam­felags­lig kervir. Umstøðurnar gerast altso ótrygg­ar. Veður­lagskreppan kann sostatt hótta nið­asta lag í pýramiduni, altso grundleggjandi likam­ligar tørvir og tryggleika. Eisini kunnu oman­f yri­standandi ótryggu umstøður elva til sálar­sjúk­ur, sum t.d. PTSD, angist, órógvaðan svøvn, osf. Hetta hevur uttan iva neiliga ávirkan á lívs­ góðsku menniskjanna (Brown et. al., 2020, p. 2f). Føroyingar merkja ikki veðurlagskreppuna á sama hátt, sum lýst omanfyri. Avleiðingarnar eru meira óbeinleiðis og kunnu t.d. vera, at tað gerst torført at fáa fatur á vørum, sum ikki kunnu framleiðast í landinum, um avgrøðir verða oyði­ lagdar av eitt nú turki, yvirflóð, osf. Føroyingar kunnu fara at mangla týdningarmiklar vørur og eru sostatt tengdir av at londini, ið veita slíkar vørur, sleppa heilskapað í gjøgnum veður­lags­

kreppuna. Ein meira beinleiðis avleiðing av veður­lags­kreppuni er, at hitin í sjónum økist, og so­statt broytast fyri­treytirnar fyri føroysku fiski­vinnuna, ið er høvuðs­vinnan í landinum. Eitt nú skrivar Føroya Náttúru- og Umhvørvis­ vernd­ar­felag at orsøkin, at tosk­urin á Føroya Banka ikki kemur fyri seg aftur, er økti hitin í sjónum. Her er also ein ítøkiligur vandi at missa henda góða bankafisk (Müller, 2021a). Í versta føri kann broytingin í sjóhita elva til partvíst ella fult fiskiloysi yvirhøvur, har ein væntandi fylgja fer at vera munandi lægri inntøkur til føroyska sam­felagið. Niðasta lagið í pýramiduni kann tískil eisini vera hótt hjá okkum føroyingum, men á ein meira óbeinleiðis hátt enn hjá fólkum í menn­ing­ar­londum, ið m.a. liva beinleiðis av egnum avgrøðum. Av áður nevndu sálarligu avleiðingum kann angist í smb. við veðurlagskreppuna útgreinast meira, m.a. solastalgia og veðurlagsangist. Sol­ ast­algia kann lýsast sum strongd, ið kemst av broyt­ingum og niðurbróting av sínum heima­um­ hvørvi. Hetta fyribrigdið gerst serliga umráð­andi í nútíðini, har veðurlagsbroytingar gerast alsamt vanligari. Omanfyri eru nakrar avleið­ingar fyri heima­um­hvørvið lýstar, men har­aftur­at kann nevnast niðursett góðska á mat­vøru og vatni, skógareldar, avleiðingar fyri flutn­ings­kerv osf. (Brown et. al., 2020, p. 1). Man kann tískil fáa sol­ astalgia av nógvum yms­um broyt­ingum, men felags er, at tær hava neiliga ávirkan á um­støð­ urnar, hjá tí einstaka. Strongd er torfør at fáa bilbugt við, og kann tað gerast trupult at søkja sær hjálp, um ein t.d. heldur verður noyddur at brúka orku upp á at basa materiellu trupul­ leikunum, ið standast av veðurlags­kreppuni. Umframt solastalgia er veður­lagsang­ist eisini viðkomandi fyri hetta evnið. Veður­lags­ang­ist er stúran og óvissa um broyt­ing­ar í egnum um­ hvørvi, sum kunnu elva til kensl­ur av mistum tamar­haldi. Veðurlagskreppan er ein av størstu krepp­unum, ið heimurin hevur sæð, og serliga hjá ungum kann hetta fylla nógv. Tað kann vísa seg sum t.d. tankameldur um framtíðina, um man sum einstaklingur ger nóg mikið, umframt

19


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.