1 Kappingarárið 2024 Leikskrá nr. 3 S.J.H. COMMERCIAL DIVERS K A V I N G 528464 S.J.H. OFFSHORE 214716 Vit átaka okkum alt kavaraarbeiði – her heima og kring allan knøttin Nr. 2 21. apríl
Stovnað: 6. novembur 2007
Heimavallir:
Dungasandur í Sørvági
Valloyran í Sandavági
Postadressa:
Dungasandur 4, Sørvágur
Telefon: 590707
Telefax: 333550
T-postur:
E-postur: 07vestur@07vestur.fo
Heimasíða: www.07vestur.fo
Formaður:
Navn: Emil Grønn Pedersen
Føddur: 9. februar 1998
Hædd: 190 cm
Vekt: 79 kg
Pláss á vøllinum: Álop
Besti matur: Biffen
Heimsins besti fótbóltspælari er: Martin Måreid Lundevold
Onnur feløg tú hevur leikt við: Randesund, Lillestrøm, Gimletroll, Donn, Vindbjart, Frigg, Start
Jón Nordendal
Jens Kristian Haraldsen
Næstformaður
Hvør er tann stuttligi á liðnum: Kevdog
Hvør er pressarin á liðnum: Oddur
Jens Kristian Haraldsen
Ingi Solberg
Skrivari:
Hvør á liðnum brúkar mest tíð frammanfyri speglinum: Kevdog
Rannvá Gásdal
Finnbogi Niclasen
Peningarøkil:
Hvør er besti teknikari á liðnum: Benni
Jóna Jacobsen
Ingibjørn Johannesen
Nevndarlimir:
Besti tónleikabólkur: Queen
Besti filmur/seria: Prison Break season 1
Egil Petersen
Nevndarlimur: Jón Nordendal
Eyðvør Petersen
Ove Heinesen
Ábyrgd:
Rógvi Jacobsen
Fróði Poulsen
Ábyrgd:
Blaðbólkur:
Fróði Poulsen
Ingolf S. Olsen
Blaðbólkur:
Jóanis Albert Nielsen
Fróði Poulsen
Ingolf S. Olsen
Jóanis Albert Nielsen
Uppseting: Regin Davidsen
Uppseting: Regin Davidsen
2 07 Vestur
LEIKARIN HESAFERÐ
Dystardagur er góður dagur
“Nú mugu tit halda uppat har vesturii”, segði ein starvsfelagi við meg ein dagin. “Koma inn á Toftir og spæla sum eitt hol í jørðini, og fara avstaðaftur við øllum stigunum!”. Fakta er bara tað, at vit vunnu, tí B68, við Tórður Thomsen á odda, spældu meira sum eitt hol í jørðini enn vit.
Á Toftum var Sonni Ragnar ikki við í verjuni. Hann fekk tvey gul kort ímóti B36, sum gjørdu at mátti av vøllinum við verðins veikasta reyða korti nakrantíð. Ein dag í Gundadali, har mestsum allir leikararnir hjá okkum fingu gult kort í einum annars serstakliga friðarligum dysti. Karantenu snakkar man annars ikki so nógv um longur, tí í dag skulu fýra gul kort til, áðrenn ein leikari skal sita yvir fyrstu ferð. Hetta merkir, at ávaringar hava ikki so stóra ávirkan á hópin at byrja við í kappingini. Men tað kunnu skaðar hava. Kevin Egell mátti av vøllinum á Toftum, so hann er allarhelst ikki tøkur í dag. Annars ljóðar, at hópurin er klárur.
Og so er spurningurin, hvat vit kunnu vænta av dystinum í dag. Skála hava ikki nógv stig at reypa av, trý stig er tað heila, tvs. at vit eiga at vinna á teimum á Dungasandi. Skála vístu annars ímóti KÍ at teir gott kunnu bjóða okkum í topp-fýra av (topp-fimm, um KÍ skal teljast við. BOOM!).
Vit heimføðingar halda sjálvandi, at liðið skal byggjast upp rundanum okkara egnu leikarar. Tvs., at um eg skuldi sett liðið hjá okkum, so høvdu Eiler, Jóannis á Steig og Oddur byrjað inni hvørja ferð, afturat Janus og Sonna Ragnar. Teir hava víst, at teir eru líka góðir sum leikarar, ið hava stuttan sáttmála við felagið, og tað eru hesar týpurnar, vit skulu byggja liðið rundanum. Hesir leikararnir vera vónandi á liðinum tey næstu árini, meðan okkara ungi og dugnaligi bonkur fær hár á bringuna, og gerst klárur at taka sítt fasta pláss á liðnum. Drívið á, allir samlir.
Koyr á 07Vestur! Góðan dyst!
3
UPPTAKTIN V/ Sóley Joensen
andanum uppi ,tá úrslitini mangan hava verið
løk, men blaðið er komið út til hvønn heima
Jóhannesarson
Framleiðsluútgerð og umvælingar
Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta
Takk fyri!
Fróði
Poulsen
VESTMEK stuðlar hondbóltinum
VESTMEK stuðlar fótbóltinum
4 jwveiting@gmail.com
jon@lbf.fo
Magnusarson
Nielsen
Heri
Bryggjan 17 • 380 Sørvágur • Faroe Islands • www.vestmek.fo
Grannskoðan // Ráðgeving // Bókhald // Roknskapur
Skalt tú meta um framtíðina mást tú
kenna fortíðina
Sand- og skervsølan
í Sandavági
Alt innan: - tilfar - veitan
- levering
Finn meg á
Tlf: 213577
Lastvognskoyring v/ Erhard Dam
5
WW W . JANUA R. F O
VENJARIN MIÐAR HØGT
Steffen Landro veit, at gloypibitn er stórur, men málið hjá nýggja 07 Vestur-venjaranum er at enda millum fýra tey bestu liðini í Betrideildini. Vinnur liðið í dag, er í hvussu er fyrsta fortreytin lokin, nevniliga ein góð kappingarbyrjan
Ingolf S. Olsen Journalistur
”Landro er ein ónorskur venjari, ið torir at hugsa uttan fyri boksina”. Soleiðis ljóðaði ein av grundgevingunum, tá Steffen Landro í 2018 varð kosin ársins venjari í norsku OBOS-deildini, sum er næstbesta mansdeildin í norsku landskappingini í fótbólti.
Beint eftir nýggjár tók Steffen Landro við sum nýggjur høvuðsvenjari hjá 07 Vestur, og spurdur, hvønn týdning hann sjálvur leggur í tað, tá hann verður kallaður ónorskur í positivari merking, flennir hann fyrst, men svarar síðan hugsunarsamur:
- Eg haldi, tað er ein blandingur av ymiskum eginleikum. Eg eri ein rættiliga ambisjøsur venjari, ikki so ræðuliga taktiskur kanska, váðafúsur – so tað eru helst nógv ymisk ting, sum gera, at fleiri í Noregi halda meg vera ein eitt sindur øðrvísi venjara.
Málið er topp fýra
Ambisjónirnar og váðafýsnið noktaðu seg heldur ikki, tá hann, komin til Føroya, sum eitt tað fyrsta kunngjørdi alment, at hann miðaði eftir at verða í
topp fýra longu hetta kappingarárið.
- Ja, tað eru helst ikki nógvir venjarar, sum fara til eitt lítið felag og beinanvegin siga, at teir skulu stríðast um tey fremstu plássini. Øll søgdu við meg, at tað var púra ómøguligt at røkka topp fýra í ár, tí liðini, sum vit skuldu kappast við um tey plássini, vóru alt ov góð. Men soleiðis eri eg sum venjari, eg vil út at royna eftir tí stóra fonginum, og at onnur søgdu tað vera ómøguligt, gjørdi bara tað, at eg helt tað vera enn meira spennandi.
- Í fótbólti er tað meira vanligt, at venjarar seta ambisjónirnar eitt sindur lægri, so at vandin fyri, at teir dumpa, verður minni. Vit vita øll væl, at tað verður bæði hart og torført at røkka málinum, men vit skulu so gera eina roynd. Fyri at enda millum tey fýra bestu, skulu vit stríðast ímóti feløgum, sum helst hava fleiri ferðir so stórar fíggjarætlanir sum 07 Vestur, men í fótbólti sært tú meira enn so, at ein underdog klárar seg væl, sigur Steffen Landro.
Setti seg inn í tingini
Ætlanir og ambisjónir hjá norska venjaranum eru tó als ikki bara tiknar úr leysum lofti. Hann hevði sett seg væl inn í føroyskan fótbólt, áðrenn hann 4. januar setti seg í flogfarið til Føroya,
6
og síðan hevur hann fylgt betri við í føroyskum fótbólti enn tey flestu.
- Tú kanst ongantíð við vissu vita, hvussu fótbóltsstøðið er í einari deild ella einum landi, áðrenn tú kemur haðar, men her bleiv eg tikin á bóli uppá tann góða mátan. Betrideildin er ein meira vaksin deild, enn tú sært í skandinavisku londunum. Nógvir spælarar hava landsdystir aftanfyri seg, og tú sært, at hetta er ein taktiskt góð liga. Í Noregi og Svøríki, og eisini í Danmark er tað blivi populert at spæla við 18, 19, og 20 ára gomlum spælarum, har sært tú ógvuliga fáar spælarar, sum eru 30 ár ella meira. Men her er miðalaldurin á fleiri liðum um tey 30. Tú hevur fýra-fimm spælarar bæði í KÍ og Víkingi og kanska eisini HB, sum eru meira enn 30 ár. So hetta er ein vaksin deild.
- Tað haldi eg vera stak spennandi og eisini ein ógvuliga stór avbjóðing.
- Øll søgdu við meg, at tað var púra ómøguligt at røkka topp fýra í ár, tí liðini, sum vit skuldu kappast við um tey plássini, vóru alt ov góð.
Men soleiðis eri eg sum venjari, eg vil út at royna eftir tí stóra fonginum, og at onnur søgdu tað vera ómøguligt, gjørdi bara tað, at eg helt tað vera enn meira spennandi, sigur Steffen Landro, sum á nýggjárinum tók við sum nýggjur venjari hjá 07 Vestur
Men sjálvandi, um deildin skal menna spælarar, bæði til sín sjálvs og fyri at onkrir til dømis skulu hava møguleika at gerast yrkisleikarar uttanlands, so mugu fleiri ungir føroyskir spælarar fáa møguleikan; og tað er júst tað, vit leggja dent á í okkara felag – at geva spælarum undir 20 ár spælitíð.
- Eg giti eisini, at vit eru tað yngsta liðið í deildini. Elsti spælarin hjá okkum er Sonni Ragnar, sum er 29, og annars hava vit fleiri spælarar, sum eru undir 23 ár. So vit hava ein ungan og svangan hóp, sum hevur nógv at læra enn, men við ógvuliga góðum útlitum, sigur 07
Vestur-venjarin.
Væntaði javnan topp
Hann ivast í, um tað nakrantíð fyrr hevur verið so javnt ímillum so nógv lið í bestu deildini, men júst tað kemur ikki óvart á hann.
(framhald á síðu 18.)
7
Framleiðsluútgerð og umvælingar
Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta
VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum
8
Bryggjan 17 • 380 Sørvágur • Faroe Islands • www.vestmek.fo
9
332700 timbur@timbur.fo
» Síggj úrvalið á timbur.fo
NJÓT SUMMARIÐ Á TERASSUNI
BETONG RUNT ALT LANDIÐ
Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki
Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet
Klima veitir loysnir og stýrisskipanir til hita og ventilatión, orkuskipanir, el-innleggingar, IBI, CTS, BMS, ávaringarskipanir og brunaskipanir.
Haraftrat veitir Klima tænastur og viðlíkahald av hesum skipanum.
10
KLIMA | TORKILSVEGUR 15 | 360 SANDAVÁGUR | TEL +298 333 555 | KLIMA@KLIMA.FO | KLIMA.FO
S ør vágs Kommuna Sørvágs kommuna
11
www.vaga.fo Vága kommuna stuðlar 07 Vestur SØRVÁGS KOMMUNA YNSKIR 07 VESTUR EITT GOTT KAPPINGARÁR
Venjari: Steffen Landro
Leikari:
Karstin Hansen
Jákup Jakobsen
Ragnar Skála
Nicolai Dohn
Carlos Ferreira
Staravegur 17
Kristian M. Jakobsen
Postsmoga 3258 110 Tórshavn
Bjarti Thorleifsson
Telefon 34 34 34 spekt@spekt.fo www.spekt.fo
Marjus Nón
Djóni Petersen
Ari Ellingsgaard
Karl Martin Johansen
Markus Hellisdal
Heildarloysn til kappingarføran prís
lætt og ómakaleyst
Andreas Jacobsen
Teitur Poulsen
Jan Hansen
XBRL, skatt, bókhald, MVG, roknskap og annað
Dávid Johansen
Meinhard Janusarson
Ervin Rasmussen
Hanus Mikkelsen
Markus Isaksen
Ragnar Lindholm
Ring ella les meira um okkara heildarloysnir á www.spekt.fo
Venjari: Pauli Poulsen Kelda: faroesoccer.com
12 Leikari Aldur Dystir Minutir Ari Sebastian John 28 5 - 1 - 450 Emil G. Pedersen 26 5 3 - - 450 Mads Christiansen 20 5 - 2 - 446 Filip Brattbakk 23 5 2 2 - 422 Janus Samuelsen 25 5 - 3 - 351 Jóannis á Steig 27 5 - 2 - 331 Oddur Petersen 23 5 - 1 - 238 Eiler Fróðason 20 5 - - - 205 Erik Gunnarsson 25 4 - 2 - 360 Frederik Holst 29 4 - 2 - 360 Benni Braithwaite 21 4 2 3 - 345 Kevin Egell-Johnsen 23 4 2 1 - 321 Albert Theis Nielsen 24 4 - 1 - 203 Jón í Horni Nielsen 18 4 - - - 53 Magnus Isager 19 3 - - - 173 Julian Mouritsen 18 3 - - - 58 Sonni R. Nattestad 29 2 - - 1 139 Jónatan Nattestad 17 1 - 1 - 17 Jónas Nordendal 16 1 - - - 2 Jónas Prior 17 1 - - - 1 Sámal á Steig 17 - - - -Jákup Henriksen 16 - - - -Pætur Akselsen 17 - - - - -
F A I R C A R R E N T A L - + 2 9 8 5 4 4 0 0 0 B I L A R T I L S Ø L U Á U N I C A R . F O
BILÚTLEIGAN, OG EISINI UMVÆLA VIT SKAÐAR, LAKKERA OG SMÆRRI UMVÆLINGAR + 298 544000
13
# Lið: D V J T MF MÍ MM Stig 1 Víkingur 5 5 0 0 16 6 13 15 2 HB 6 5 0 1 12 5 7 15 3 KÍ 6 4 0 2 14 6 8 12 4 B36 5 3 1 1 11 4 7 10 5 07 Vestur 5 3 1 1 9 7 2 10 6 NSÍ 5 3 0 2 10 7 3 9 7 EB/Streymur 6 1 1 4 9 12 -3 4 8 Skála ÍF 5 1 0 4 7 11 -4 3 9 B68 6 0 1 5 2 12 -10 1 10 ÍF 5 0 0 5 1 24 -23 0
STIGATALVAN
Okkara málskjúttar: Emil Grønn Pedersen 3 Filip Brattbakk 2 Benni Smales-Braithwaite 2 Kevin Egell-Jonsen 2
GÓÐKENDUR BILVERKSTAÐUR
Unspoiled og unbelievable
Eyðun Jakobsen
Tjóðarítrótturin kappróður og nationalítrótturin fótbóltur eru á sama vegamóti. Tjóðarítróttin hevur als onki altjóða útsýni og er at meta sum ein feriuítrótt hjá ungum studentum áðrenn tey flyta til Danmark at lesa. Tey seriøsu eru farin undir inniróður. Fótbólturin er pumpaður upp fíggjarliga seinastu
mongu árini og altjóða luttøkan gevur so mikið av sær, at tað hevur eydnast at eina heimliga kapping við nógvari eksponering í miðlunum. Úrslitini eru tó so sum so.
Gamaní megnaði KÍ at luttaka í
bólkaspælið, og tað var stórt, men útlitini eru at liðini verða sligin út í undaumfarinum, meðan landsliðið antin verður aftast ella næstaftast.
Hóast tjóðarítróttin og nationalítróttin ganga hvør sín veg og hava
14
hvør sínar fortreytir, so standa tær á sama vegamóti. Tær koma ikki víðari, hetta var tað, og nú er tað stagnatión so langt eyga sær. Landsliðið hjá monnum er, enn sum áður, nummar 125 í verðini og 10-mannaførini eru nú bert tvey í tali.
Í altjóða høpi hevur Føroyar nógvar møguleikar at verða við í ítróttarligum høpi. Tað eru alskyns kappingar, tiltøk og stevnur, sum vit saktans kunnu bjóða okkum fram til at verða vertir fyri. Tórshavn Marathon er dømi um tiltak sum dregur fólk til býin, í øðrum stórbýum eru marathon so stór tiltøk at býirnir fullkomiliga broyta ham. So langt eru vit ikki komin enn, men verður rætt borðið at, so kann eitt slíkt tiltak saktans blíva til eitt árligt afturvendandi tiltak har fleiri
túsund luttaka. Útlendskar fyritøkur hava seinastu árini skipa fyri langteinarenningum í fjøllunum, og tað hevur fingið góða undirtøku og í fjør var eitt survival-race, har alskyns altjóða lið skuldi royna seg á landi og sjógvi. Satt drama, tá ein luttakari mátti bjargast í fjøllunum.
Í 2027 verður aðalroyndin, tá Føroyar verða vertur fyri Oyggjaleikunum. Eydnast hetta, so hava vit lagt grundarlag til at byggja víðari og skipa fyri uppaftur størri tiltøkum.
Í øllum hesum sær út til at fótbólturin ikki verður við, men heldur hinvegin, fer at verða ein heimlig vælumtókt ítróttargrein, sum av og á ger ein vørr á altjóða vøllinum. Fótbólturin fer tí at fáa kapping um bæði limir og stuðulskrónur í framtíðini.
15
Framleiðsluútgerð og umvælingar
Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta
16 24 V/ Kell E. Jensen Kálvalíðvegur 10 370 Miðvág tlf. 332779 og 222101 t-post: murarin@olivant.fo
Bryggjan 17 • 380 Sørvágur • Faroe Islands • www.vestmek.fo
VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum
17 www.grant.fo
(framhald av síðu 7.)
- Tað er ikki meira javnt í toppinum, enn eg hevði roknað við, men sambært viðmerkingunum, eg hoyri, so er tað væl meira javnt í toppinum, enn flest øll onnur høvdu roknað við. Tí tað tykist, sum at tey høvdu væntað, at tað bara fóru at verða fýra lið, sum fóru at kappast um raðfylgjuna í topp fýra. Men nú havi eg sæð nógvar venjingardystir, áðrenn kappingin byrjaði, og eg havi sæði eina rúgvu av dystum í næstbestu deildini, og eg kann staðfesta, at tað eru seks sterk lið í Betrideildini, sum øll hava styrkina at kappast um at verða millum fýra tey bestu, sigur Steffen Landro.
Tey seks liðini eru tey somu, sum nú liggja á seks teimum fremstu plássunum, sigur hann, men heldur tó, at Víkingur og KÍ verða ógvuliga torfør at syfta.
- Eg vænti, at tað verða tey bæði havnarliðini HB og B36 og so NSÍ, sum vit koma at kappast við – NSÍ er tað mest spennandi liðið í deildini, haldi eg, so hjá teimum kann alt henda, sigur Steffen Landro.
Nýggjur hópur
Ein av teimum stóru avbjóðinginum hjá 07 Vestur er umfatandi útskiftingin av fólki í hópinum síðan seinasta kappingarár.
- Liðið hevur mist ótrúliga nógvar spælarar síðan í fjør, so tað hevur verið neyðugt at fara út eftir fólki til eitt næstan heilt nýtt lið. Fleiri eru tiknir á liðið seint í vetur, og tríggir av spælarunum komu ikki, fyrr enn kappingarárið í veruleikanum var byrjað. Tað ger sjálvandi, at vit mugu brúka tíð uppá at blíva samanspældir.
- Vit hava tó alla tíðina havt trúnna á, at tá vit hava spælt nakrar dystir saman, so hava vit eisini styrkina at kappast um at koma í topp fýra. Vit eru heldur ikki einsamøll um at hava ein hóp við nógvum nýggjum spælarum. Tað er helst
bara Víkingur, sum hevur sama liðið sum í fjør, annars eru eisini nógvir nýggir spælarar á hinum liðunum í toppinum - í KÍ, í HB og í B36.
- Hvørja ferð, eg síggi eitt topplið spæla, so eru talan um javnar dystir. Men árið er langt, og tey liðini við nógvum nýggjum spælarum, sum klára at menna seg mest, fara eisini at at verða best í tí kappingini. Mítt mál er tí, at vit verða betri og betri, sum tað líður út á kappingarárið, sigur Steffen Landro.
Góð byrjan
Venjarin sigur, at hóast liðið sjálvsagt er minst samanspælt í byrjanini av kappingarárinum, so hevur tað alla tíðina verið ein fortreyt fyri yvirhøvur at hugsa um topp fýra, at liðið fekk eina góða kappingarbyrjan.
- Tað var okkara vón, og tað hava vit eisini fingið. Eg skilji, at hetta er besta byrjan í søgu felagsins, so tað er stak gott. Kortini haldi eg okkum enn liggja væl undir støðinum, sum eg fegin vil, at vit skulu stabilisera okkum á viðvíkjandi avrikunum og samarbeiðinum á liðnum. So vit eru enn á byrjanarstigi, sigur hann.
Við til fortreytina um góða byrjan hoyrir eisini, at liðið vinnur á Skála í dag, leggur hann dent á.
Tvey ára sáttmáli
Hóast tað verður miðað høgt longu í hesum kappingarárinum, so røkkur arbeiðsætlanin hjá nýggja venjaranum í hvussu er tvey ár fram. Tað var nevniliga ein tvey ára venjarasáttmáli, hann undirskrivaði stutt undan jólum í fjør, og sum fór at virka frá á nýggjárinum.
- Eg vildi fegin hava eitt lítið uttanlandsævintýr og kom so í samband við 07 Vestur. Eg sá, at hetta var eitt felag í framgongd, og sum í veruleikanum bleiv eitt sindur betri ár fyri ár. Tað helt eg vera eitt rættiliga spennandi prosjekt at
18
arbeiða við, sigur Steffen Landro.
Fyri 07 Vestur var tað umráðandi at finna ein venjara, sum umframt at hóska saman við restini av venjaratoyminum eisini hóskaði til strategi og framtíðarætlanir hjá felagnum. Her snýr tað seg enn sum áður um menning av egnum spælarum í øllum aldri, so at bulurin á besta liðnum, sum frá líður er settur saman av lokalum spælarum.
Góðir árgangir á veg
Og sjálvt um nógvir spælarar uttanífrá eru keyptir inn til hetta kappingarárið og nýggi venjarin eisini sjálvur hevur verið úti við nótini eftir nøkrum teirra, so vissar hann um, at hann fult og heilt tekur undir við strategiini hjá felagnum og eisini arbeiðir eftir henni.
- Nú skulu vit menna teir spælararnar, vit hava, tað er okkara fremsta fokus. Og í felagnum hava vit nógvar ungar spælarar, sum vit vóna fara at fáa fleiri dystir. So gera vit eina samanumtøku í summar og fáa tá at síggja, um vit mugu út eftir onkrum spælara uttanífrá afturat, ella vit skulu halda fram við tí fólkinum, vit hava.
- Men visjónin hjá okkum er púra greið, at um eitt til tvey ár fáa vit okkara sera góðu U17- og U18-árgangir upp. Tá eru teir klárir til bestu deildina – so
um umleið tvey ár kunnu teir vera tann berandi parturin á liðnum, og tað er avgjørt okkara mál, sigur Steffen Landro.
Rós til felag og spælarar
Nýggi venjarin rósar leiðsluni í felagnum fyri at vera til staðar hvønn einasta dag og hava gott skil á øllum tí organisatoriska. Og hann rósar eisini spælarunum fyri professionalismu og fyri at leggja óvanliga nógv fyri. Tí hjá honum er tað eisini nýtt at vera venjari hjá einum liði, har ikki allir spælararnir eru fulltíðar yrkisleikarar.
- Eg eri vanur við at hava nakrar spælarar fulla tíð. Her havi eisini nakrar, sum eru fulla tíð, men so eru aðrir, sum arbeiða annað arbeiði fulla tíð, og so hava venjingina og dystirnar við síðuna av. Eg haldi, tað er ógvuliga positivit, at fólk eru so svang eftir at blíva betri og leggja so nógv fyri, sjálvt um tey tískil hava ógvuliga langar dagar.
- Spælararnir eru disiplineraðir og góðir at fáast við. Tað er altíð ein partur av arbeiðnum hjá einum venjara at seta sítt merki á liðið. Eg havi mínar hugsanir, sum spælararnir mugu laga seg eftir. Eg eri helst ein strangur venjari, men vóni, at eg eisini verði uppfataður sum kammeratligur. Í hvussu er eri eg erligur – eg sigi tað altíð, um eg haldi okkurt vera gott, og eg sigi tað eisini altíð, um tað er okkurt, mær ikki dámar, sigur Steffen Landro.
- Visjónin hjá okkum er púra greið, at um eitt til tvey ár fáa vit okkara sera góðu U17- og U18-árgangir upp. Tá eru teir klárir til bestu deildina – so um umleið tvey ár kunnu teir vera tann berandi parturin á liðnum, og tað er avgjørt okkara mál
19
20 Akranesgøta 5 Tórshavn tel. 35 45 00
21 www.sorvag.fo
22 Experience the breathtaking Faroe Islands from sea. Scan here! www.bluegate.fo DRANGARNIR SEA STACKS MÚLAFOSSUR MYKINES Boat tour to:
BETONG RUNT ALT LANDIÐ
Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki
Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet
23 Malltek Tel: 23 49 98 . BYGGIVIRKI
24
m ygg
Hágóðsku vørur frá
Allar matvørurnar eru vistfrøðiligar. Aðrar Änglamark vørur eru bæði umhvørvis- og ovurviðkvæmisvinarligar. Vøruúrvalið er breitt og fevnir um alt líka frá vaskipulvuri til tomatir, frá smábarnamati til køksrullur.
25
Familjubuffét
Mán-Hós: Kl. 16.30 – 20.00
Fríggjadag: Kl. 16.30 – 21.00
Leygardag og Sunnudag: Kl. 13.00 – 21.00
Et, alt tú orkar, fyri
139,- (12 ár og eldri | Íroknað ísbuffét, sodavatn og kaffi/te)
Og títt barn etur fyri einans
70,(11 ár og yngri, saman við foreldrum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)
Bólkar (min. 10 fólk)
100,- (11 ár og yngri, saman við minst einum gjaldandi vaksnum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)
Lat okkum ordna innkeypið og uppvaskið
www.pizza67.fo – Tel 356767
Vit hava 3 sløg av pizza, salat, 4 sløg av dressingi, nachos, nýbakað hvítleyksbreyð, høsnagrýtu, nuggets, buffalo høsnaveingir, várrullur, chips, rís og 5 sløg av sodavatni, og omaná fáa tit 7 sløg av ísi og kaffi.
26
17 Heri Múller TIMBURMAÐUR Junkaravegur 7 340 Kvívík Tlf. 560560 19 Betong og timburarbeiði Jóni Durhuus, byggimeistari • FO-350 Vestmanna • Tlf. 424473 - 223124
25
ÓKEYPIS
Í
| SMS 31 95 12 | SALTANGARÁ 45 95 12 | 28
KEYP EISINI OKKARA VØRUR Á FØROYA FEITASTA NETHANDLI WWW.SKALKUR.FO
TIL DYRNAR
ØLLUM FØROYUM.
STUÐLAR ÍTRÓTTINUM Í NÆRUMHVØRVINUM
29
mánadag til leygardag 9-22
Bílegg títt kort her
betri.fo/fjepparakort
31 倀氀愀猀琀 ⴀ 吀爀 ⴀ 吀爀⼀愀氀甀 吀氀昀 㘀㈀㘀 ⴀ 欀爀愀洀洀䀀欀爀愀洀洀⸀昀漀 www.visitvagar.fo vagar@visitvagar.fo Tel. (+298) 333455
Kundi tú hugsað tær at sæð ein dyst í eini av heimsins bestu fótbóltsdeildum, Premier League?
Nógvir vegir eru til Premier League
við Atlantic Airways. Tú kanst flúgva beinleiðis til Edinburgh, og haðani er lætt at koma víðari til allar teir stóru fótbóltsbýirnar í Onglandi.
Og í summar – frá fyrst juni til síðst í august – verður eisini flogið beinleiðis til London, har tað eru ikki færri enn sjey Premier League lið heimahoyrandi!
Edinburgh: Hvønn mánadag og hósdag
London: Hvønn týsdag og leygardag frá 1. juni til 31. august
Keyp nú á atlantic.fo
32
33 1. 09-03-2024 07 Vestur - Víkingur 0-2 2. 17-03-2024 ÍF - 07 Vestur 0-1 3. 02-04-2024 07 Vestur - EB/Streymur 4-2 4. 07-04-2024 B36 - 07 Vestur 2-2 5. 15-04-2024 B68 - 07 Vestur 1-2 6. 21-04-2024 07 Vestur - Skála 7. 28-04-2024 07 Vestur - HB 8. 04-05-2024 KÍ - 07 Vestur 9. 12-05-2024 NSÍ - 07 Vestur 10. 20-05-2024 07 Vestur - EB/Streymur 11. 26-05-2024 Víkingur - 07 Vestur 12. 01-06-2024 B36 - 07 Vestur 13. 16-06-2024 07 Vestur - HB 14. 24-06-2024 Skála - 07 Vestur 15. 30-06-2024 07 Vestur - ÍF 16. 05-07-2024 NSÍ - 07 Vestur 17. 04-08-2024 07 Vestur - KÍ 18. 11-08-2024 B68 - 07 Vestur 19. 16-08-2024 07 Vestur - NSÍ 20. 24-08-2024 07 Vestur - B68 21. 01-09-2024 EB/Streymur - 07 Vestur 22. 14-09-2024 Skála - 07 Vestur 23. 20-09-2024 07 Vestur - B36 24. 29-09-2024 07 Vestur - KÍ 25. 05-10-2024 HB - 07 Vestur 26. 20-10-2024 07 Vestur - ÍF 27. 26-10-2024 Víkingur - 07 Vestur DYSTARSKRÁ 2024 BETRIDEILDIN
34 Vit orka betur í felag føroya orkufelag 12 12 Giljanes bussar koyra um alt landið Tel. 21 98 99 giljanes@giljanes.fo
35 Timburarbeiði Smáar og stórar uppgávur Hoygarðsvegur 1 | FO-370 Miðvágur Tlf. +298 23 44 70 | Email. traeverk@traeverk.fo
TrygdarTøkni er ein fyriTøka við sTórari fagligari viTan innan Trygdarøkið
Okkara serkunnleiki er aT veiTa ráðgeving O Og heildarlOysnir innan elekTrOniska- Og mekaniska Trygd, herundir sølu, uppseTan Og viðlíkahald av vakmyndaTólum, alarmskipanum Og elekTrOniskum lásaskipanum.
ÚTSÝNIÐ
36 36 www.theview.fo Tlf. 515100
AGA - Føroyar er veitari av øllum gasssløgum innan heilsuøkið og ídnaðarvinnuna. Øll gasssløg og gassútgerð eru av merkinum AGA, Kosangas og Sievert. Innan ídnaðarvinnuna hava vit eisini umboð uppá alla sveisiútgerð, elektrodir o.a av merkinum ESAB. Innan hotel og matvøruídnaðin umboðað vit FAGOR. Grillir og grillútgerð er frá Napoleon, sum vit eisini hava umboð uppá.
Akranesgøta 2 • Postboks 1088 • FO-110 Tórshavn
Stutt og greitt um bústaðarlán
Tá tú ert á ferð Lurta á banknordik.fo/poddvarp
37
>
Fyrsti alari í heiminum at gevast við flogflutningi
At flúgva vøru elvir til óneyðugt CO2-útlát. Ov nógv CO2-útlát elvir til veðurlagsbroytingar
Við at skifta til sjóflutning er CO2-útlátið fyri flutning til USA minkað við heili
94%