



Vit her á Vestursíðuni hava nógvar orsøkir at vera stolt! Besta mansliðið hevur langt síðan sligið rekordina fyri mest vunnin stig í bestu deildini –og mikudagin fara teir at berjast fyri at fáa pláss í finaluni um Løgmanssteypið. Tað fer heilt sikkurt ikki at ganga friðarliga fyri seg! Finnur, Guðrið, Ragnar, Eyðvør og o.o. hava mobiliserað nógvar góðar kreftir til at syrgja fyri at rammurnar í Gundadali verða larmandi og festligar. Grøni bussur og ein annar bussur eru longu fullir og í skrivandi stund eru tey í ferð við at fylla tann triðja.
Men vit hava eisini annað at vera glað og stolt um, tí U21 hava vunnið Føroyameistaraheitið! Teir spældu ein branddyst í Klaksvík mánadagin, sum endaði javnt, men sum teir burdu vunnið við einum 34 málum.
Nakrar dagar seinni tapti KÍ so móti NSÍ, og tað ger, at eingin kann
heinta okkara ungu menn innaftur. Teir spæla síðsta dystin mánakvøldið, har teir fáa gullmedaljurnar handaðar – aftur eitt gylt høvi hjá okkum 07Vesturfjepparum at lyfta hendurnar uppum høvd og vísa okkara stuðul.
Dysturin í dag er ímóti AB. Teimum eiga vit at vinna á. Teir hava 13 stig og vit hava 34 (jeps, tit lósu rætt, 34!). Men vit liggja í einum limbo á fimtaplássinum. Tað eru 14 stig upp til Víking á fjórðaplássinum og 13 stig niður til EB/Streym á sætta plássi. Hetta merkir, at AB kempar fyri lívinum, meðan vit kanska ikki hava so nógv at kempa fyri. Ofta kann tað hava stóra ávirkan á úrslitið. Men hevði tað ikki verið cool at endað kappingarárið við 40 stigum ella meir? Tað er ein realistiskur málsetningur, nú vit hava AB á heimavølli í dag, og síðan ávikavist B36, HB og TB á útivølli.
Ein mánaði er eftir av hesum spennandi og hendingarríka kappingarárinum, og vit kunnu sóla okkum í einari rúgvu av góðum úrslitum.
Komandi ár hava vit vónandi betur umstøður til áskoðararnar, í og við at ætlaða skýlið eftir ætlan verður klárt til ta tíð. Vit síggjast aftur á Dungasandi til “sunnudagsfótbólt” komandi kappingarár.
Koyr á 07Vestur!
jon@lbf.fo
Jóhannesarson
andanum uppi ,tá úrslitini mangan hava verið
løk, men blaðið er komið út til hvønn heima
VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum
Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta
Fróði Heri Poulsen
Kropsvenjing fevnir um fimleik og frælsan ítrótt. Í tríatiárunum og fjørutiárunum og eisini í fimtiárunum var kropsvenjing
ógvuliga ung í teimum føroysku ítróttafeløgunum. Ja, í nógvum støðum hevði hon ikki fingið fótin fastan. Fá ár vóru liðin, síðan kroppsvenjing gjørdist lærugrein í teim føroysku skúlunum.
Henda ítróttagrein átti at verið støðið undir øllum ítrótti
Til ber at røkja kropp sín, mýkja liðir og limir og styrkja vøddarnar, so at ein mennist og verður betur førur fyri at kappast í hinum ítróttagreinunum. Høvuðburður og gongulag verður sum sømir seg ítróttafólki.
Kropsvenjing byrjaði
Hesa hugsan tykjast menn eisini at hava havt her. Longu um veturin í
1933 hevði Jákup Heinesen, lærari, fimleik fyri vaksnar dreingir í gomlu dansistovuni, sum stóð tætt oman fyri Gamlaveg. Jákup var ættaður úr Kunoy. Hann var lærari her í Sandavági frá 1932 til 1948. Amboðini vóru: mátta, plintur og springsteyrar. Flestu ungu dreingirnir gjørdu fimleik. Summir dugdu ógvuliga væl. Teir kláraðu kraftlop, høvuðlop og rygglop. Vilhelm
Nielsen mundi vera bestur. Aðrir vóru eisini góðir, t.d. Bernhard Henriksen og Ludvig Petersen.
Aðrir leiðarar
Eftir hesa roynd kom steðgur í. Men í 1942 varð farið at íðka fimleik av nýggjum. Nú varð pakkhúsið hjá
Hjalmari Nielsen úti á Bakka nýtt til fimleikahøll.
Fyrru helvtina av vetrinum stílaði Ludvig Petersen fyri, seinnu helvtina stílaði Frits Petersen fyri, tí at Ludvig flutti burtur. Fimleikurin henda veturin var væl eydnaður. Fimleikararnir vóru nógvir, og amboðini vóru heldur betri enn fyrr, t.d. var bummur, eisini nevndur biti, komin aftrat.
Nógvir fimleikarar sýndu góðar fimleikagávur, tó var torført at siga, hvørjir vóru bestir. Oddamaðurin, Jesar Hansen, var, ið hvussu er, góður.
Tá ið veturin var av, varð stór veitsla hildin, og nógvir eldri menn vóru á veitsluni, og teir stuttleikaðu sær á besta hátt.
Við vissum millumbilum, hevur áhugin fyri fimleiki kyknað uppaftur. Í 1947 setti nevnd SÍFs uppskot fram at fáa fimleik um veturin.
Hesa ferð tók Joen Jacob Thomsen sær av leiðsluni, og íðkanin var í Losjuni. Nú vildu genturnar ikki vera eftirbátar. Eftir nýggjár tóku tær sær um reiggj og fóru at íðka. Aslaj Thomsen og Joen Jacob Thomsen vóru leiðarar. Eisini henda veturin vóru nógv fimleikafólk, og tey fingu væl burturúr.
Enn einaferð kom steðgur í. Men
um heystið í 1953 fekst gongd á aftur. Sigurð Petersen gjørdist leiðari. Hann keypti reiðskap, t.d. plint, bukk, springsteyrar, tog og bitar. Harumframt seymaðu nakrir fimleikaáhugaðir máttu, so at nú var útgerðin væl betri.
Eisini henda veturin vóru nógvir fimleikarar, og teir komu við stórum áhuga. Tveir teirra, sum høvdu verið ídnastir, fingu íðinskaparmerki á ársveitslu felagsins. Teir vóru
Jóhannus Jacobsen (Hanneba) og
Elias Karl Petersen.
Veturin 1954 varð hildið fram við fimleikinum. Nú komu genturnar aftur fyri seg. Tær royndust ógvuliga áhugaðar, og tær sýndu nógv góð (framhald á síðu 18.)
VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum
Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta
Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki
Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet
Klima veitir loysnir og stýrisskipanir til hita og ventilatión, orkuskipanir, el-innleggingar, IBI, CTS, BMS, ávaringarskipanir og brunaskipanir.
Haraftrat veitir Klima tænastur og viðlíkahald av hesum skipanum.
Leikari:
Viktor Benediktsson
Teitur Olsen
Sam Pollard
Brian Jakobsen
Santiago Lebus
Ragnar Skála
Tróndur á Høvdanum
Bartal Petersen
Ramzi Idrissou
Antonio Borelli
Jákup Pauli Breckmann
Bjarni Skála
Rói Nielsen
Marius Kryger Lindh
Nicklas Mehl
Filip í Liða
XBRL, skatt, bókhald, MVG, roknskap og annað
Emil Sørensen
Jakob Gottberg
Dánjal Danielsen
Thomas Junge
Gunnar Reynslág
Rói Zachariasen
Beinir Ellefsen
William Tønning
Rógvi Skála
Venjari:
Símun Eliasen
fimleikaevni, t.d. Kamma Rasmussen, Sofía Helena Bærentsen og Hjalma Haraldsen.
Tey, sum fingu íðinskaparmerki, vóru: John Simonsen, Regin Johannesen, Margreth Falkvard og Kamma Rasmussen.
Veturin 1955 vóru fimleikafólkini so mong, og tilfarið var so gott, at tey hildu seg vera før fyri at hava fimleikaframsýning við tveimum liðum trý kvøld upp í slag.
Eftir áskoðarunum at døma var henda fyrsta framsýning felagsins frálíka væl eydnað. Frøast kundi ein um vakurleikan og um, hvussu treyst og kimilig tey vóru. Bestur henda veturin var Regin Hansen, sum hevði
framúr góðar fimleikagávur.
Íðinskaparmerki vórðu latin Regini Hansen, Hjørleifi Johannesen, Herlufi Simonsen, Sofíu Helenu Bærentsen, Hjalmu Haraldsen og Ninny á Lofti.
Veturin 1956 fóru fimleikaíðkanirnar fram, sum vant. Hesa ferð vórðu íðinskaparmerki handað Hallgerð Heinesen og Petur Sigurdi Rasmussen.
Aftur stóð ein vetur fyri durum, tí varð ynskt og vónað, at fimleikarum og leiðarum fóru at unnast betri kor at arbeiða undir enn frammanundan. Høli og amboð hava ikki verið tíðarhóskandi. Tað var væl, at so frægt kom burturúr.
Men nú tyktust umstøðurnar at fara
at batna. Um summarið í 1955 heitti nevnd SÍFs á sóknarstýrið at fáa betri fimleikaamboð og at fáa bøtt um umstøðurnar at svimja. Sóknarstýrið tók væl undir við áheitanini, so at ein nýggjur hestur kom aftrat. Svimjihylurin varð settur í stand. Ung og eldri, sum høvdu áhuga fyri hesi týdningarmiklu
ítróttagrein, kundu læra seg at svimja ella eisini økja um svimjikunnleika sín.
Í fimtiárunum kom ítrótturin meira inn um skúlagátt. Nógvir nýggir skúlar vórðu bygdir ymsastaðni í landinum hesi árini. Ein teirra var Miðvágs –Sandavági skúli, Skúlin á Giljanesi, sum var felagsskúli fyri bygdirnar Miðvág og Sandavág. Í 1961 var skúlin liðugur. Har var rúmlig fimleikahøll við skiftingarrúmum og við nógvum nýggjum fimleikaamboðum. Í flest øllum skúlum var nú ítróttur lærugrein. Tey ungu kundu verða útbúgvin í teimum ymsu ítróttagreinunum: fimleiki og frælsum ítrótti. Frælsi ítrótturin var eisini uttandura, har íðkað vórðu hæddarlop, longdarlop, stangarlop,
Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki
Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet
mánadag til leygardag 9-22
betri.fo/fjepparakort
Mán-Hós: Kl. 16.30 – 20.00
Fríggjadag: Kl. 16.30 – 21.00
Leygardag og Sunnudag: Kl. 13.00 – 21.00
(12 ár og eldri | Íroknað ísbuffét, sodavatn og kaffi/te)
(11 ár og yngri, saman við foreldrum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)
(11 ár og yngri, saman við minst einum gjaldandi vaksnum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)
www.pizza67.fo – Tel 356767
Vit hava 3 sløg av pizza, salat, 4 sløg av dressingi, nachos, nýbakað hvítleyksbreyð, høsnagrýtu, nuggets, buffalo høsnaveingir, várrullur, chips, rís og 5 sløg av sodavatni, og omaná fáa tit 7 sløg av ísi og kaffi.
spjótkast og renning. Eisini vórðu hondbóltur og fótbóltur íðkaðir.
Ítróttahøllin Í 1983 varð ítróttahøllin bygd við skúlan á Giljanesi. Í 1986 vórðu høllin og skúlin bygd saman. Skúlin nýtti høllina til ymsa kropsvenjing. Ítróttafeløgini í oynni kundu leiga høllina at venja ymsan ítrótt: hondbólt, fótbólt flogbólt, badminton o.a.
Eisini bar til hjá fólki, sum høvdu áhuga, at taka seg saman at leiga høllina at íðka ítrótt bæði til stuttleika og at styrkja og mýkja sær liðir og limir og eisini at betra um heilsuna.
Nógvar ítróttakappingar hava verið í høllini, har lið úr ymsum bygdum og býum hava kappast.
Giljanestiltakið hjá Lions, flaggdagshald, stórar samkomur, framsýningar,
møtir, fundir, veitslur, dansur o.a hava eisini verið. Høllin hevur havt alstóran týdning fyri ungdómin og allan ítrótt í oynni og eisini fyri fólkið í síni heild.
Róðrarneystið varð bygt á Niklasarbakka í 2016. Neyst er til fýra kappróðrarbátar. Har eru tvey vesi og tvey brúsurúm við seks brúsum. Góður køkur og uppihaldsrúm, sum kann verða brúkt til fundir. Eisini er stórt rúm við venjingaraboðum, t.d. rennibond, rógvimaskinur, stepparar vektir o.a. Húsið hevur stóran týdning. Tey, ið kapprógva venja har. Bólkar leiga har at venja, og eldri fólk, sum ikki hava góða heilsu venja eisini har við venjara.
Niðri við Kirkjugarðsbrúnna hevur ítróttafelagið fingið hús skift um
við húsið við fótbótsvøllin á Valloyruni. Har er salur bæði í neðra og í erva. Køkur, goymslurúm, trý skiftingarrúm við vesi og brúsu eru eisini í neðra. Hetta er hent hús hjá felagnum at eiga. Legur, seturskúla o.a ber væl til at hava har, og tá ið seinsummardagur er, ber væl til at nýta húsið.
SÍF hevur 15 hondbóltslið og kappróður við fimm manningum í ár. Fótbólturin hjá felagnum fór upp i FSVágar, í 2007 varð navnið broytt til 07 Vestur.
Umstøðurnar hjá felagnum eru góðar.
Heimild: 50 ára minnisritið 1956.
Á leikvøllum funnust í forðum at venja sær hond og fót teir reystastu dreingir í Norðum, teim bilti ei magn og mót.
Ei vilja vit verri vera, enn fedrarnir vóru tá. Tey roysni, teir kundu gera, tey vilja vit eisini ná.
So lat okkum koma saman til fimleika manga stund og fremja ítrótt við gaman, sum styrkir lív og lund.
Allar matvørurnar eru vistfrøðiligar. Aðrar Änglamark vørur eru bæði umhvørvis- og ovurviðkvæmisvinarligar. Vøruúrvalið er breitt og fevnir um alt líka frá vaskipulvuri til tomatir, frá smábarnamati til køksrullur.
At flúgva vøru elvir til óneyðugt CO2-útlát.
Ov nógv CO2-útlát elvir til veðurlagsbroytingar
Við at skifta til sjóflutning er CO2-útlátið fyri flutning til USA minkað við heili
94%