Fjølnir 2017

Page 46

MFS

Pisudagar fyri 10. ferð

Tá pisudagar vóru í Klaksvík spældu Danny & the veetos nøkur løg fyri okkum.

PISUDAGAR ER EIN GYLTUR MØGULEIKI HJÁ TÆR, IÐ FER UTT­AN­ LANDS AT LESA, AT KOMA SO GOTT Í GONGD SUM TIL BER!

Navn: Katrin Fríða Jógvansdóttir Lestrarland: Danmark Útbúgving: Løgfrøði á Københavns Universitet

46

Í

ár fylla pisudagar 10 ár. MFS, Betri og Atjóða Skrivstovan hava sostatt í 10 ár skipa fyri pisudøgum, sum er eitt til­tak, sum er ætlað teimum, ið eru ávis utt­an­landa í lestrarørindum. Tiltakið hev­ur til endamáls at veita hjálp við góð­ um ráð­um og kunning um, hvussu tú kanst koma so væl frá byrjan sum gjør­ligt. Har­­aftur er hetta eisini ein møguleiki at møta øðrum, sum eisini skulu undir und­ir hægri lesnað, og á tann hátt koma at kenna nýggj fólk.   Pisudagar í 2016 vóru í deildini hjá

Betri í Klaksvík og í ungdómsdeild­ini hjá Betri í Havn. Framløgur vóru við MFS, Betri, ASK og Føroysku Ráðgevingini í Dan­mark og eisini varð høvi at seta spurn­ing­ar. Eftir hetta verða luttakararnir bólkaðir eftir hvar teir lesa, eitt nú ymsu býnum í Danmark, Onglandi og Póllandi. Her greiða umboð frá lestrarstøðunum frá hvat er týdningarmikið at minnast til og geva góð ráð, og eisini er møguligt at seta spurningar. Eftir tiltakið var møguligt at tosa við hvønn annan fáa sær ábit og lurta eftir live-tónleiki.


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.