Hitt okkum SKRIVSTOVAN Skrivstovan hjá MFS hevur, síðan hon flutti til Føroya, havt bústað í Tórshavn. Vit húsast í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum á Søgu- og samfelagsdeildini, J. Broncks gøta 25, 4. hædd.
FJØLNIR 2019 UPPLAG: 1500
Hóast tað mesta samskiftið í hesum døgum í stóran mun fer fram umvegis alnetið og telefon, ynskja vit at hava eina skrivstovu, sum gevur okkum møgu leika at vera har, sum tey lesandi eru, og á tann hátt vera við til at skapa og luttaka í lestrarumhvørvinum í Føroyum. Aftrat hesum er eisini hugnaligt, tá lesandi koma ein túr framvið við spurningum ella bara fyri at fáa eitt gott prát.
ÁBYRGDARFÓLK: Borgný Súsonnudóttir Hansen Elsa Jónsdóttir Johansen Helena Fríða Jørmundsson Terji Beder Tummas Janussarson Danielsen Turið Jónleyg Johannesen LÝSINGAR: Borgný Súsonnudóttir Hansen SNIÐ OG UPPSETAN: Fríðbjartur Miðberg midberg.com RÆTTLESTUR: Katrin Dahl Hanusson FORSÍÐA: Rannvá Joensen Instagram: rannvajoensen PRENT: Føroyaprent ÚTGEVARI: Meginfelag Føroyskra Studenta LEINKJUR: Facebook: www.facebook.com/MFStudenta Instagram: MFStudenta Heimasíða: www.mfs.fo Teldupostur: mfs@mfs.fo
Blaðið er einans upplýsandi. Tað kunnu vera broytingar komnar, síðan blaðið varð útgivið. MFS frátekur sær tí alla ábyrgd fyri skeivar upplýsingar.
MFS-TILFAR Á NETINUM Heimasíðan hjá MFS verður javnan dagførd við tíðindum, greinum og øðrum viðkomandi tilfari. Harafturat liggja myndir frá tiltøkum eins og sjón bond, plakatir, bløðini „Fjølnir“ og „Pisan“, sam bandsmøguleikar og mangt annað.
FACEBOOK MFS er eisini at finna á Facebook, har vit m.a. lýsa við tiltøkum, størvum og leggja tíðindi og annað viðkomandi tilfar út. Vit eita MFS á Facebook-síðu okkara, so far inn og dáma okkum. Vit vilja eisini fegin hoyra tínar viðmerkingar um okkara virksemi, tiltøk og onnur viðkomandi mál. Sig tína hugsan og ger tína rødd galdandi. Hava tit spurningar um eitthvørt, so kunnu tit senda okkum eini boð á Facebook ella á teldupost: mfs@mfs.fo. Leinki: www.facebook.com/MFStudenta
INSTAGRAM MFS hevur ein vanga á Instagram, har møguleiki er at fylgja føroyskum lesandi kring knøttin. Hvørja viku er tað ein lesandi, sum í myndum og orðum greiðir frá sínum lestrarlívi. Um tú fylgir vanganum hjá MFS á Instagram, hevur tú møguleika at síggja, hvat tey ymisku føroysku lesandi takast við. Vangin hjá MFS á instagram eitur: MFStudenta.
26 16
56 6 Forkvinnufrágreiðing 2019: Góðska á breddan!
78
MFS 10 12 14 15 16 20 22
Hvat er MFS? Keypmannahavnarnevndin Ráðið hjá MFS Óstøðug fígging = eitt óstøðugt Setur Tiltøk hjá Keypmannahavnarnevndini 2018 Lestrargongan 2018 Skjótast vaksandi lestrarbýurin fyri føroyingar!
ESG 26 Five years of a united students’ voice 28 Skil Bologna – og hví hevur tað týdning? 30 Hvussu byrjar man uppá góðskutrygging?
Løgtingsval 36 Lesandi kunnu avgera valið 40 MFS: Vilja lætta um valtilgongdina 42 Hvat halda ungmannafeløgini um 43 44 45 46 47 48 49 50 51
hægri útbúgvingarpolitik? A – HUXA B – Ungmannafelagið Samband C – Sosialistisk Ung D – Ungt Sjálvstýri E – Unga Tjóðveldið F – Framsøkin ung H – Ung fyri Miðflokkin Skráseting til Løgtingsval Umsóknarblað
Tema Sálarfrøði:
56 Eingin sálarfrøðilig hjálp til lesandi á Fróðskaparsetrinum
58 Strongd
Lesisalar/umhvørvi:
62 Hví er tað gott at hava eitt gott stað at lesa? Álastevna:
66 Álastevna 2018
Lestrarlív 72 73 74 76 78 80 82 84 86 88
A-kassi – hví skal eg melda meg inn? Jobmatch EN-DI-LIGA? Tá tú verður liðug at lesa Gakk fyrstu stigini á granskaraleiðini At lesa í Moskva Heilsuverkið má raðfestast Til mállæru í Jordan Skiftislestur Uttanlands: Finn títt felag Føroyafrádráttur
Betri Pisudagar 2019
Besta byrjanin upp á lestrarlívið uttanlands Vit hava savnað saman fólk frá MFS, Altjóða Skriv stovuni og Føroysku ráðgevingini í Keypmannahavn, so tú kanst fáa góð ráð áðrenn tú fert víðari. Tey fara at fortelja tær um fígging, bústað, stuðulsmøguleikar og lestrarhættir. Tey svara eisini spurningum. Vit fara eisini at hugna okkum við onkrum leskiligum og góðum undirhaldi. Pisudagarnir eru eisini ein upp lagdur møguleiki at heilsa upp á onnur, sum ætla tað sama sum tú.
Mikukvøldið 31. juli kl. 19.00 Deildin hjá Betri í Saltangará Hóskvøldið 1. august kl. 19.00 Ungdómsdeildin hjá Betri í miðbýnum í Havn
Les meira á betri.fo/ung
FORKVINNUFRÁGREIÐING 2019:
Góðska á breddan! 26. JULI 2018 HEVÐI MFS AÐALFUND, HAR NÝTT RÁÐ VARÐ VALT. 11 FÓLK MYNDA RÁÐIÐ Í ALT.
F Barbara Gaardlykke Apol Lestrarland: Føroyar Útbúgving: Búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
remsta málið hjá ráðnum hetta árið er góðskutrygging á hægri útbúgv ingarstovnum. Hóast hetta hug takið kann tykjast breitt og óítøkiligt, so er hetta nakað, ið fyllir sera nógv í øllum okkara grannalondum – og í roynd og veru er tað rættiliga ítøkiligt, men framvegis breitt. Tað eru fleiri góðar orsøkir at hava góðskutrygging. Eina orsøkin er, at tað gevur okkum lesandi eina trygd, at læru úrtøkan á útbúgvingini er í lagi, og at hon er á støði við tað, ið aðrir hægri læru stovnar veita. Ein onnur orsøk er, at tað tryggjar okkum lesandi atgongd til fram haldslestur á øðrum hægri lærustovnum, og at tað gevur lesandi mobilitet. Serliga seinna orsøkin skuldi gjørt tað áhugavert hjá politisku myndugleikun um at farið í holt við hesa tilgongd. Fleiri av teimum útbúgvingunum, ið Setrið veitir, eru einans sum bachelor-útbúgv ingar, og skulu tey lesandi undir lesnað á hægri støði, noyðast tey tí at leita sær til onnur lond. Men er góðskutryggingin ikki í lagi, so kann hetta vera ein forðing fyri, at hetta yvirhøvur ber til.
Kjarnan í einari góðari, fleksiblari og innihaldsríkari útbúgvingarskipan er tí góðskutrygging, og hetta er hægsta politiska mál hjá MFS 2018-2019. Eisini í lokala virkseminum hjá MFS hendir nakað nýtt. Í oktober 2018 varð nýggj lokalnevnd sett á stovn í Aalborg, og ikki færri enn 13 fólk mynda nýggju nevndina. Eg vil sum forkvinna takka teimum fyri at taka stig til eina Aalborgnevnd og bjóða teimum vælkomnum upp í MFS. Til endans er eisini vert at nevna stóru tøkini á altjóða pallinum. MFS er limur í samstarvinum NOM (Nordisk Ordför ande Möte), sum er eitt samstarv mill um lestrarfeløgini í Norðurlondum og baltisku londunum. Vit hava verið limir í NOM í meiri enn 50 ár og hava raðfest hendan felagsskap serliga høgt seinastu árini. Men komandi heyst hendir so tað heilt stóra, tá MFS fer at taka ímóti okkara norðurlendsku og baltisku starvsfeløgum til okkara heilt egnu NOM-ráðstevnu í Føroyum. Hetta er ein stórhending fyri MFS, og vit síggja fram til at fáa nógv burturúr.
Barbara Gaardlykke Apol
6
MFS á instagram:
midberg.com
MFStudenta
Fylg okkum á Instagram fyri at síggja føroysk lesandi kring allan heim greiða frá í orðum og myndum, hvussu lív teirra er sum lesandi! Her fært tú upplýsing, undirhald og íblástur til lesnað og hvørjir møguleikar eru!
MFS
10
HVAT ER MFS?
12
KEYPMANNAHAVNARNEVNDIN
RÁÐIÐ HJÁ MFS
14 15
ÓSTØÐUG FÍGGING = EITT ÓSTØÐUGT SETUR
16
TILTØK HJÁ KEYPMANNAHAVNARNEVNDINI 2018
20
LESTRARGONGAN 2018
22
SKJÓTAST VAKSANDI LESTRARBÝURIN FYRI FØROYINGAR!
MFS
Hvat er MFS? Elsa Jónsdóttir Johansen
MFS (MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA) ER FELAGSSKAPURIN HJÁ TEIMUM FØROYSKU LESANDI: VIT ERU TIL TAKS AT HJÁLPA VIÐ AT BATA UM VIÐURSKIFTI HJÁ TEIMUM LESANDI KRING HEIMIN. VIT ERU STOVNURIN, SUM TIT KUNNU VENDA TYKKUM TIL, TÁ IÐ TAÐ ER OKKURT, SUM TYKKUM IKKI DÁMAR. TIT HAVA EISINI MØGULEIKAN AT KOMA VIÐ HUGSKOTUM, UM TAÐ ER OKKURT, SUM TIT HALDA SKULDI VERIÐ ØÐRVÍSI
Lestrarland: Danmark, Keypmannahavn Útbúgving: Løgfrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn
10
M
FS er myndað av lesandi, ið arb eiða miðvíst fyri at troka á og gera vart við viðurskiftir, ið á ein hvønn hátt ávirka tey lesandi. MFS hevur síðan 1962 arbeitt fyri viðurskiftum hjá teimum lesandi, og tískil hevur felagið drúgvar royndir við at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram. Av tí at vit eru tann almenna røddin hjá teimum lesandi, eru vit við, tá ið uppskot og lógir, sum fevna um tey lesandi, verða viðgjørd. Á henda hátt hava vit ávirkan á politisku skipanina og tær lógir, sum verða settar í gildi. Vit royna okkara besta at veita hjálp til øll støð, har føroysk lesandi eru. Vit hava millum annað havt nevndir í Íslandi,
Avstralia, Noregi, Bretlandi, Danmark og Føroyum. Í núverandi løtu eru tað bert tvær nevndir – onnur í Keypmannahavn og hin í Aalborg. Hevur tú hug at byrja eina nevnd, har tú lesur, set teg so í sam band við okkum, og vit hjálpa tær fegin.
HVÍ SKAL EG KOMA VIÐ Í MFS? Í MFS er tað møguligt hjá tær at fáa drúgvar royndir innan alt frá at skipa fyri tiltøkum, skriva lesarabrøv, vera blaðstjóri
MFS
o.s.f.r. Tú kemur í samband við onnur les andi, sum hava somu áhugamál sum tú, og sum kunnu koma við einum ískoyti, tá ið tú hevur eitt hugskot. MFS er ein sera mennandi felagsskapur, sum kann hjálpa tær við at menna teg sum persón og sum lesandi. „Kom við! Tú kanst gera mun!“ Hetta eru ofta orð, sum ein hoyrir frá fólki, tá ið tey vilja hava teg at koma við í ein felagsskap, men hetta er veruliga nakað, sum passar í MFS. Her gera vit øll mun, eingin kann ella vil forða tær í nøkrum, um tú hevur eitt ynski um eitthvørt.
Kom við! Tú kanst gera mun!
MFS Á CV’NUM MFS á CV’num er nógv vert, tá ið tú eina ferð skalt søkja arbeiði. Hetta leggur upp til, at arbeiðsgevarin sær, at tú ert ein ágrýtin persónur, ið hevur áhuga í at ávirka tað umhvørvið, sum tú ert í. Tó skalt tú ikki bara koma við í MFS fyri at pynta um títt CV. Tað at vera lesandi kann onkuntíð vera keðiligt, og tú kanst ofta sita og ivast í, hvat meiningin við øllum er, og hvat tú skalt brúka lesnaðin til. Tá er deiligt at hava okkurt við síðuna av lesnaðinum, sum tú kanst arbeiða við. Her sært tú, at tú gert mun. Tú samstarvar við onnur lesandi, ting henda, og fólk lurta eftir tær.
RÁÐIÐ HJÁ MFS Ráðið verður sambært reglugerðum felagsins valt á ársaðalfundi og kann í mesta lagi verða samansett av ellivu ráðs limum. Ráðið skipar seg á aðalfundinum við forkvinnu/formanni, næstforkvinnu/ næstformanni, skrivara og kassameistara. Ráðið er hægsti myndugleiki í MFS og virkar sum savningardepil fyri virksemið í nevndunum. Ráðið er tann politiski parturin av MFS, og tað er her, at viðkomandi mál um lesandi verða viðgjørd og umrødd. Ráðið tekur sær eisini av uppgávum, sum liggja uttan fyri arbeiðið hjá nevndunum – t.d. føra bókhald og skipa fyri tiltøkunum Markleys Útbúgving og Jobmatch. Ráðið hevur eisini ábyrgd av blaðnum hjá MFS – Fjølnir. Av tí at MFS er á fíggjarlógini, er fíggjar støðan góð. Peningurin, sum vit fáa frá landinum, fer m.a. til lønir, tiltøk og ann að virksemi, ið upplýsir, hálpir ella hugnar um tey lesandi.
SKRIVSTOVAN MFS skal sum onnur feløg føra roknskap og bókhald. Av tí ráðs- og nevndarlimir í MFS arbeiða sjálvboðið, hevur MFS tørv á, at onkur røkir roknskap og bókhald fyri felagið. MFS hevur tí sett ein skrivara í starv, sum røkir hesa uppgávuna. Skriv arin er settur í eitt lestrarstarv, sum fevnir um tíggju tímar um vikuna. Í løtuni er Karla Neslíð skrivari hjá MFS. Í tráð við at dentur fyri nøkrum árum síðan varð lagdur á at fáa ung fólk at vera lesandi í Føroyum, valdi MFS at flyta skrivstovuna heim til Føroya. Skrivstovan heldur sostætt í núverandi løtu til á Søguog samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya í J. Broncks gøtu 25 í Tórshavn. Skrivstovan er at finna á 4. hædd og er opin tíggju tímar um vikuna. Tørvar tær hjálp, ert tú hjartaliga vælkomin framvið. Á heimsasíðu okkara sært tú, nær opið er.
landinum. Nevndirnar skipa sostætt fyri tiltøkum, veitslum og átøkum, sum hava týdning fyri lesandi á tí ítøkiliga staðnum. Sum dømi kann nevnast, at nevndin í Keypmannahavn árliga skipar fyri ræstkjøtaveitslu og flaggdagshaldi. Harafturat skipar nevndin fyri ymiskum øðrum tiltøkum og arbeiðir fyri at betra umstøðurnar hjá føroyskum lesandi í Keypmannahavn. Tað snilda við at hava eina MFS nevnd í tínum lestrarbýi/landi er, at MFS veitir fíggjarligan stuðul til tiltøk hjá nevnd unum. Eisini hevur MFS hópin av roynd um, sum nevndirnar gagnnýta til at gera lestrarlívið meira spennandi í tí ítøkiliga lestrarbýnum/landinum. Hvør nevnd skipar seg við formanni/ kvinnu, næstformanni/kvinnu, kassa meistara, skrivara og nevndarlimum. Hvussu nevndirnar skipa seg, avgreiða nevndirnar sjálvar.
NEVNDIR Undir ráðnum eru nevndirnar. Tær arb eiða við lestrarviðkomandi málum í einum breiðum týdningi. Nevndirnar virka í ein stóran mun íheftar av yvir orðnaða ráðnum. Í mun til arbeiðið hjá MFS ráðnum er arbeiðið hjá MFS nevndunum staðbundið á tann hátt, at nevndirnar virka fyri at skapa eitt gott lestrarlív í tí ítøkiliga lestrarbýnum/
SØK MFS UM STUÐUL TIL HEIMFERÐINA MFS hevur í nógv ár haft ein ferða stuðulsgrunn, Flogvit, sum kann veita tær stuðul til ferðaseðilin heim til Føroya í sambandi við eina uppgávu ella annað, ið viðvíkir føroyskum viðurskiftum. Tú kanst lesa meira um Flogvit og síggja umsóknarfreistina á heimasíðu okkara. 11
MFS
KEYPMANNA HAVNARNEVNDIN HVØRJI ERU VIT?
Elsa Jónsdóttir Johansen Lestrarland: Danmark, Keypmannahavn Útbúgving: Løgfrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn
Í byrjanini á hvørjum lestrarári er aðal fundur, har nýggj nevnd verður skipað. Keypmannahavnarnevndin hjá MFS er í løtuni mannað av 19 fjølbroyttum fólk um, sum øll hava til felags, at tey vilja arbeiða fyri at betra og hugna um um støðurnar hjá teimum føroysku lesandi í Keypmannahavn. Arbeiðið hjá nevndini snýr seg í høvuðsheitum um at skipa fyri tiltøkum og taka sær av vanganum hjá MFS á instagram.
tiltøkini, og vanliga luttaka millum 50120 fólk. Umframt at hava okkara egna virksemi samstarva vit eisini við hini lestra r feløgini í Keypmannahavn. M.a. fyrireika vit saman við lestrarfeløgunum árligu lestrargonguna, ið er eitt samansjóv ingartiltak fyri føroysk lesandi í Danmark. Harafturat eru vit altíð klár at hjálpa og eru sum oftast góð í ráðum, tá spurningar um lestur og lestrarlív stinga seg upp.
KOM VIÐ! HVAT GERA VIT? Hvørja árshálvu skipar nevndin fyri áleið trimum til fýra tiltøkum, har vit viðgera evni, sum vit meta, at ljós átti at verið varpað á. Tiltøkini kunnu vera afturvendandi á hvørjum ári ella einnýtis á tann hátt, at tey viðgera evni, sum eru uppi í tíðini júst nú. Tiltøkini í lestrarárinum 2017/2018 hava um framt veitslur og hugna snúð seg um bústaðartrupulleikar í Føroyum, høvuðs ritgerðir og lestrarstørv. Tiltøkini verða oftast hildin í Sumpen á Oyrasunds kollegienum, Føroyahúsinum og Norður atlants Bryggjuni. Øll eru vælkomin til
Ert tú áhugað/ur at vera við í arbeiðinum hjá MFS í Keypmannahavn, ella vilt tú bara hoyra meira um virksemið hjá nevndini og felagnum, so ert tú meira enn hjartaliga vælkomin á aðalfund í viku 36. Tíð og stað fyri aðalfundin verður kunngjørt á Facebook-síðu okkara. Hevur tú spurningar til okkara ella møgulig hugskot til eitthvørt, sum vit áttu at tikið upp, so vilja vit fegin hoyra frá tær. Set teg í samband við okkum á: www.facebook.com/MFStudenta ella mfs@mfs.fo. Fylg okkum á Facebook-síð uni, instagram-vanganum ella á heima síðuni hjá MFS.
LIMIR Í NEVNDINI: Elsa Jónsdóttir Johansen, forkvinna | Bjørg Josephsen, næstforkvinna | Tummas J. Danielsen, kassameistari | Brim Hoydal, skrivari | Erika Høgnadóttir, miðlafólk | Katrin Fríða Jógvansdóttir | Torstein Jóhannes Fríðfinsson | Guðrun Durhuus | Borgný Súsonnudóttir Hansen | Turið Jónleyg Johannesen | Silja Joensen | Hallur Finnbogason Danielsen | Katrin Mohr | Eva Hjelm Aanesen | Hans Andrias Gregoriussen | Noomi Michelsen | Kristina Heðinsdóttir Clementsen | Christine Reinhardt | Birita Poulsen. 12
Ungdóms- & lestrarferðaseðilin
Sveiggja aftur og fram fyri lágprís
Ert tú 25 ár ella yngri ella fulltíðarlesandi, kanst tú sveiggja aftur og fram við Atlantic Airways – lætt og ómakaleyst úr bara 1.081 kr. t/r. Tú kanst keypa Sveiggj-ferðaseðlar til/úr Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Reykjavík, Bergen, Edinburgh og París. Sveiggj-ferðaseðil kann keypast til stutt undan fráferð, men útboðið kann verða avmarkað á útvaldum fráferðum. Stovna tær ein vanga og bílegg Sveiggj-ferðaseðilin á www.atlantic.fo
1.081,Prísur úr bara
Atlantic Airways
Vága Floghavn
FO-380 Sørvágur
Tel. 34 10 00
www.atlantic.fo
10079
t/r íroknað øll ferðaavgjøld
MFS
Ráðið hjá MFS R Barbara Gaardlykke Apol Lestrarland: Føroyar Útbúgving: Búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
áðið er evsti myndugleikin í MFS og tekur sær av politiska virksem inum í felagnum. Hetta gera vit við at gera stevnumið fyri MFS, skriva lesarabrøv og standa fyri átøkum. Aftrat tí eru vit hoyringspartur hjá Løgtinginum og hjá Landsstýrinum í øllum málum, ið viðkoma lesandi og hægri útbúgvingum sum heild. Ráðið arbeiðir bæði á føroyska politiska pallinum og á altjóða pallinum. MFS er limur í norðurlendska samstarvinum NOM (Nordisk Ordförande Möte), sum er felagsskapur fyri norðurlendsk og baltisk lestrarfeløg. Gjøgnum NOM eru vit hoyringspartur hjá Norðurlendska ráðharraráðnum og hava møguleikan at verða hoyrd í ES – men hesum møgu leika hava vit valt ikki at taka av, tí Før oyar hvørki eru limir í ES ella partur av European Higher Educational Area (sum krevur, at Føroyar taka undir við Bolognatilgongdini).
Ráðið er myndað av samanlagt ellivu fólkum, og í lestrarárinum 2018/2019 hevur ráðið sett sær fyri at arbeiða við: Á innlendisøkinum: ›› Góðskutryggingarskipan til føroysku hægri útbúgvingarstovnarnar ›› Lestrarviðurskifti á breddan til løgtingsvalið ›› Lætta um mannagongdina hjá føroyskum lesandi í útheimi at skráseta seg til løgtingsval Á altjóða økinum: ›› Fyrireika NOM-ráðstevnu á heysti 2019 ›› Saman við lestrarfeløgunum í Íslandi (LÍS) og Grønlandi (Ili ili) stovna felagsskap at arbeiða við lestrarmálum í útnorðri
LIMIR Í RÁÐNUM: Barbara Gaardlykke Apol, forkvinna | Borgný Súsonnudóttir Hansen, næstforkvinna | Terji Beder, skrivari Tummas Danielsen, kassameistari | Turið Jónleyg Johannesen, altjóða skrivari | Elsa Jónsdóttir Johansen Helena Jørmundsson | Hans Andrias Gregoriussen | Finnur Beder | Eva Hjelm Aanesen | Dagmar Johannesen 14
MFS
Óstøðug
fígging = eitt óstøðugt Setur Í
fíggjarlógini fyri 2019 fegnast MFS um ta stóru játtanina til Setrið – hon er nevniliga methøg við eini øking á nærum 10%. Men vit mugu samstundis vera varin við at ikki mála glansbílætið alt ov fagurt. Stórur partur av øktu fíggingini fyri 2019 fer til at dekka yvir holini, ið stóðust av alt ov lítlu fíggingini í 2018. Fyri at taka afturíaftur, so elvdu sparitiltøkini í 2018 m.a. til avtøku av búskaparfrøði-útbúgvingini, fleiri deildir stóðu uttan lestrarvegleiðara, starvslærur skerdar, útsetan av starvsetanum og strikað valfak. Stóra fíggingin í 2019 kann síggjast sum ein máti hjá landsstýrinum at biðja um umbering fyri 2018. Tí tað er staðfest meir enn eina ferð, at Setrið hevur ein kjarnuleiklut, tá tað kemur til at venda skeivu gongdini í fólkafráflytingini. Setrið er saman við Glasi og Vinnuháskúlanum einastu føroysku alternativini, sum ung fólk hava at velja í, tá tað kemur til hægri útbúgving. Vilja vit hava ungdóm í okkara lítla og ofta stirvna samfelagi, noyðast vit tí at raðfesta Setrið. Hendan logikk skilir politiska skipanin til tíðir. Eina løtu standa løgtingslimir og syngja í kóri um týdningin av ungdómi, útbúgving og Setrinum. Seinnu løtuna tykist tað sum um, at tey ikki vita, at tað eru TEY, sum hava ábyrgdina av at gera
Setrið til eitt reelt alternativ til útlendsku kappingarneytarnar. „Hví lesa í Føroyum, tá eg kann lesa í Danmark?“ spurdi Føroyanevndin hjá MFS í 2017. Veruleikin er, at Setrið og Føroyar ofta ikki eru ovast á listanum, tá ung fólk skulu velja sær lestrarstað. Summi tí at útbúgvingin, tey ynskja at lesa, ikki finst í Føroyum og summi, tí tey vilja royna okkurt nýtt. Men stórur partur velur Føroyar frá, tí Setrið og føroyska lestrarlívið einfalt ikki samsvara við tað, sum vit ímynda okkum av einum veruligum lestrarlívi. Eg sigi ikki, at Setrið skal bjóða út allar útbúgvingar, sum hini universitetini gera. Eg sigi, at føroyska lestrarlívið skal hava somu fysisku og innihaldsligu karmar sum aðrastaðni. Fysiskir karmar eru lestrarbústaðir, læruumstøður o.s.fr. Tað innihaldsliga er góðskan á útbúgvingini, sum verður skerd, skal Setrið spara. Ábyrgdin av hesum liggur hjá politisku skipanini. Fleiri pengar skulu setast av til at gera íløgur. Setrið skal eisini hava langtíðarfígging, so at virksemið kann leggjast betri til rættis – og soleiðis at Setrið aldrin aftur skal setast í somu støðu sum í 2018!
Barbara Gaardlykke Apol Lestrarland: Føroyar Útbúgving: Búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
15
MFS
Elsa Jónsdóttir Johansen Lestrarland: Danmark, Keypmannahavn Útbúgving: Løgfrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn
RÆSTKJØTAV EITSLAN
L
eygarkvøldið 17. februar 2018 skipaði Keypmannahavnarnevndin hjá MFS fyri árligu ræstkjøtaveitsluni. Við góðum mati og góðari samveru eydnaðist tað enn eina ferð at skapa tað serstaka huglagið, sum eyðkennir ræstkjøtaveitsluna. Av tí at Føroyahúsið, sum undanfarin ár hevur verið karmur um ræstkjøta veitsluna, í løtuni er undir umbygging, er tað við sorg og harmi, at MFS í ár má boða frá, at ræstkjøtaveitslan tíverri ikki verður í ár. Tí gleða vit okkum longu til ræstkjøtaveitsluna í 2020.
16
MFS
KOM OG FANGA OKKUM
L
eygardagin 21. apríl 2018 skipaði Keypmanna havnarnevndin hjá MFS fyri ráðstevnuni „Kom og fanga okkum“ á Norðuratlants Bryggjuni. Endamálið við ráðstevnuni var at samantvinna lesandi í Danmark við arbeiðsmarknaðin, her fyritøkur og stovnar, ið hava tilknýti til Føroya. Áhugin fyri ráðstevnuni var stórur, og áleið 24 fyritøkur luttóku á ráðstevnuni. Ráðstevnan „Kom og fanga okkum“ verður aftur á vári 2019, og vit gleða okkum til at knýta enn fleiri sambond millum lesandi og arbeiðsmarknaðin.
17
MFS
FLAGGDAGSHALD
A
ftur í ár skipaði Keypmannahavnarnevndin hjá MFS fyri flaggdagshaldi tann 25. apríl á Regensen í Keypmannahavn. Sum altíð møttu nógv fólk upp til eina hugnaliga løtu við røðum, sangi og søguligari rundferð á Regensen. Anna Poulsen bar fram flaggrøðuna, sum var bæði hugtakandi og atfinningarsom. Eftir flaggdagshaldið var døgurði og pubquiz í Føroyahúsinum. 25. apríl 2019 verður aftur flagg dagshald á Regensen, og vit gleða okkum til at síggja teg.
AÐALFUNDUR
Á
rligi aðalfundurin hjá Keypmannahavnarnevndini hjá MFS var í ár hildin í Sumpen á Oyrasunds kollegienum tann 20. septembur. Nógv fólk møttu upp, og tað var gleðiligt at síggja og hoyra, at tað er áhugi fyri virksemi felagsins. 19 fólk stillaðu upp, og tað er tí gleðiligt, at vit aftur í ár hava eina stóra og væl skipaða nevnd. Aðalfundurin í 2020 verður í viku 36, og ert tú áhugað/ ur í at gerast partur av okkara felagsskapi ella bara at hoyra meir um virksemi felagsins, so ert tú meir enn hjartaliga vælkomin. Tað er altíð ein fragd at síggja nýggj andlit.
18
MFS
PUBQUIZ
H
óskvøldið 8. novembur 2018 skipaði Keyp mannahavnarnevndin hjá MFS fyri pubquiz í Sumpen á Oyrasundskollegienum. Quizmaster var Rasmus Biskopstø. Við eini góðari og fjøl broyttari quiz, góðari uppmøting og góðum virkishuga frá ágrýtnum luttakarum gjørdist huglagið á kvøldinum so framúrskarandi gott. Vit gleða okkum longu til næstu pubquiz.
SPECIALEKVØLD
H
óskvøldið 22. novembur 2018 skipaði Keypmanna havnarnevndin hjá MFS fyri enn einum speciale kvøldi í Sumpen á Oyrasundskollegienum. Trý fólk løgdu fram sína høvuðsritgerð, og tað var spennandi at hoyra um bæði arbeiðsløg, vandamálsorðingar, trupulleikar, niðurstøður, góð ráð o.a. Framløguhald arar hesa ferð vóru Maria Sommers við Skipá, teologi, Kristoffur Kristoffersen, løgfrøðingur, og Emil Biskopstø, búskaparfrøðingur. Specialekvøld eru altíð viðkomandi, hugnalig og spennandi, og tí gleða vit okkum longu til næsta specialekvøld við nýggjum og spennandi framløgum. 19
MFS
LESTRARGONGAN 2018
F Elsa Jónsdóttir Johansen Lestrarland: Danmark, Keypmannahavn Útbúgving: Løgfrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn
20
ríggjadagin 5. oktobur 2018 skipaðu føroysku lestrarfeløgini í Keypmanna havn fyri árligu Lestrargonguni. Lestrar gongan hevur til endamáls at savna føroysk lesandi og at stimbra um lestrarumhvørvið við at skapa tættari tilknýti millum tey lesandi bæði í teimum einstøku lestrarfeløgunum og tvørtur um útbúgvingar. Lestrargongan er harumframt við til at geva teimum nýggju lesandi eina góða byrjan upp á lestrarlívið við at vísa fram lestrarfeløg og lestrarfelagar. Tiltakið var hesa ferð hildið á Søpavilliong ini. Tiltakið byrjaði kl. 16.00. Sponsorarnir, Atlantic Airways og Betri, skipaðu fyri undir haldi, m.a. varð skipað fyri kappingum, har luttakandi á Lestrargonguni kundu vinna ymiskar vinningar. Eisini bjóðaðu sponsor arnir leskidrykk tveir teir fyrstu tímarnar. Kl. 18.00 vórðu luttakararnir deildir upp í bólkar, áðrenn farið var at ballgrulva. Eftir ballgrulvingina kl. 23.00 møttust øll aftur á Søpavilliongini til tónleik, dans og hugna til tann ljósa morgun. Í ár vóru tað Sakaris, Danny and the Veetos og DJ Tordis, sum vóru við til at gera tiltakið ógloymandi.
#LESTRARGONGAN2018 Aftur í ár varð skipað fyri eini kapp ing á Instagram, har fólk, við at leggja myndir út av kvøldinum og viðmerkja #lestrargongan2018, kundu vera við í kappingini um at vinna eitt árskort til Tivoli. Um tú fert á Instagram og skrivar #lestrargongan2018, finnur tú tískil nakrar stuttligar myndir, sum fólk hava lagt út.
LESTRARGONGAN 2019 Um tú ætlar tær við til lestrargonguna 2019, so er at fylgja væl við á Facebooksíðuni hjá MFS ella lestrarfeløgunum, so tú kanst ogna tær eitt atgongumerki í góðari tíð. Vit vænta aftur í ár eins og undanfarin ár góða undirtøku og eina rimmar góða veitslu. Vónandi síggjast vit.
MFS
-U GONGA R A R T 1 LES -UR KV kistaði
úr skein anga i ganga d n a i), „g s le fyllskap Tað at ar ð (t.d.) í ær nógv ta s is n k n in fa n n í ske a h . ongd“; „ rgongu“ lestrarg r vinir á lestra ja g g ný
21
MFS
vaksandi LESTRARBÝURIN FYRI FØROYINGAR! AALBORG ER EIN BÝUR Í VØKSTRI. GAMLI ÍDNAÐARBÝURIN SATSAR STÓRT UPP Á ÚTBÚGVING OG GRANSKING – OG ÚRSLITIÐ ER EITT BLÓMANDI LESTRARUMHVØRVI, HAR BÚSTAÐARMØGULEIKAR, AKADEMISK OG FAKLIG DYGD OG TRIVNAÐUR RENNA SAMAN Í EINA HÆGRI EIND. Tór Marni Weihe Lestrarland: Danmark, Aalborg Útbúgving: Anvendt filosofi
22
MFS
A
alborg fekk á fyrsta sinni sína egnu MFS nevnd í oktober í sein asta ár. Orsøkin er alsamt vaks andi talið av føroyingum, sum velja at lesa í Aalborg. Tøl frá Danmarks Statistik vísa, at Aalborg er næststørsti lestrarbýur í Danmark fyri føroyingar – og eisini tann skjótast vaksandi! Tað eru tað eisini nógvar og góðar orsøkir til. Bústaðarviðurskiftini eru frálík, og Aalborg Universitet er eitt førandi universitet í Evropa, ið m.a. er heimsins 4. besta universitet innan verkfrøði.
HVAT FÁAST VIT VIÐ? MFS nevndin í Aalborg er spildurnýggj, so í løtuni royna vit at finna stevið – men vit hava kortini longu lagt stórar ætlanir. Vit ætla at gera tað stuttligari og lætt ari at vera lesandi føroyingur í Aalborg. Vit ætla at hugna um tey lesandi við sosialum tiltøkum. Vit ætla at varpa ljós á løgtings- og fólkatingsvalini í Føroyum og annað.
KOM VIÐ! Hevur tú hug at vera við í MFS í Aalborg? Ella hevur tú kanska onkrar spurningar um, hvussu tað er at lesa í Aalborg? Set teg so í samband við okkum á aalborg@ mfs.fo, og vit hjálpa tær fegin. Vit hava aðalfund í oktober, so tá er høvi at koma við í nevndina.
Í MFS NEVNDINI Í AALBORG SITA: Elsubet Vidtfeldt, forkvinna Edit Fríðheim, næstforkvinna Ingi K. Midjord, skrivari Finnur Beder, kassameistari Tór Marni Weihe, samskiftisfólk Ingigerð D. Tróndheim, myndafólk Ári Lava Olsen, nevndarlimur Renata Jensen, nevndarlimur Jóna Mohr Højsted, nevndarlimur Annika Mikkelsen, nevndarlimur Tóta Eilersdóttir Langgaard, nevndarlimur Kristina Eliasen, nevndarlimur Marianna Beder, nevndarlimur
23
ESG
26
FIVE YEARS OF A UNITED STUDENTS’ VOICE
28
SKIL BOLOGNA – OG HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?
30
HVUSSU BYRJAR MAN UPPÁ GÓÐSKUTRYGGING?
ESG
FIVE YEARS OF A UNITED STUDENTS’ VOICE T Elsa María Guðlaugs Drífudóttir
26
he National Union for Icelandic Students, LÍS, celebrated its five-year anniversary recently. It was in 2013 in the northern town of Akureyri where student representatives from the seven The project managers of Student Refugees receiving a grant for the project from the different Higher Education bank Landsbankinn in December 2018. Picture includes Salka, international officer, Institutions as well as the and Sonja, Equal rights officer. Union of Icelandic Students abroad came together and realized the establishment. This was tablishment was International Representation the first time in the history of Higher and Quality Assurance. Education in Iceland that such an enLÍS represents Icelandic students as a full memtity came to light. This delay was in part ber of the European Students’ Union, ESU, and due to rapid and recent developments, as a member of the Nordisk Ordförande Möte, but the University of Iceland had been NOM. It’s tremendously important for LÍS to have the only Higher Education Institution a strong international front to be able to influence in the country up until 1987 when the decision making on the international level, as well University of Akureyri was established. as to establish a stronger bond with peers interIn the following twenty years, six more nationally. LÍS would not have developed nearly Institutions entered the sector. as successfully or rapidly if it wouldn’t have been One might wonder what kind of for the insight into how other National Unions change follows the establishment of of Students conduct their work and structure. such a union and what it means for Nurturing this connection is a primary factor in students as well as the authorities and the sustainable growth and development of LÍS, stakeholders in Higher Education. The as well as to ensure that the voice of Icelandic truth was that as soon as LÍS came to be, students is thoroughly represented both on the a series of unfinished ends and needs national and international level. sprouted up. A united voice of students LÍS works very closely with stakeholders in that had a democratic mandate to speak Higher Education on developing and implementon behalf of all students, negotiate and ing an ambitious Quality Assurance Framework advocate for their welfare and rights had within the sector. A robust system for Quality entered the field. This is a tremendously Assurance in Higher Education is fundamental important role and in the five years that for a strong and sustainable Higher Education have passed, LÍS has already realised System. Guaranteed student participation on a series of developments. Two of the a partnership level is a key element in impleprimary roles of the Union from its esmenting such a system. The Quality Evaluation
ESG
The EC of LÍS at the conference on Quality assurance in October.
There are still challenges in securing the sustainable and prosperous growth of such a Union and there always will be Framework II, QEF II, is the official Quality Framework of Higher Education in Iceland. It was established by the Quality Board which is also responsible for the implementation. LÍS appoints a student full-member in the Board as well as an observer member whose role is to ensure that the voice of students is heard on every level of Quality Assurance in Higher Education in Iceland. LÍS is also a primary actor in the training of students which participate in Quality Assurance on every level. The Union has most recently done this by hosting a conference on Quality Assurance as well as releasing a manual for student representatives within QEF II and a podcast on Quality in Higher Education in the broader context called Stúdentaspjallið. Following the growth of LÍS, it has been increasingly recognised by the authorities. Among other things, LÍS
appoints student representatives within several committees within the Ministry of Education, Science and Culture. Tackling issues such as the forming of a new National Students Support System, implementation of changes for increased recruitment of students in teacher-educations, the evaluation committee for the students’ innovation fund and more. LÍS has learnt a lot from the participation within these committees and gains both from the recognition and the experiences stemming from this. Authorities have also gained from the informed and coordinated participation of students from an increasingly professional and experienced National Union. On top of that, LÍS has initiated some independent projects, such as Réttinda-Ronja, an online database with information on the rights and resources for students with disabilities and/or specific learning
needs regardless of institution, as well as the project Student Refugees Iceland, which comes originally from Denmark, a project specifically designed to assist refugees in Iceland in accessing Higher Education. There are plenty of promising opportunities for Student Unions to make an impact with their work. There are still challenges in securing the sustainable and prosperous growth of such a Union and there always will be. Funding is a big challenge that LÍS is working to overcome through dialogue with the Ministry of Education with the establishment of a five-year contract. The most important foundation and the backbone of both the past activities of LÍS as well as the continuous prosperity is the enthusiastic and ambitious participation of student activists. Student representation is dead and null without the students that participate in it with conviction and energy, and there will always be a need for new participants with fresh ideas and new takes. A Student Union is young and vibrant in its nature and it is my faith that there will always be someone new ready to take over the cause and make it their own. 27
ESG
SKIL BOLOGNA – OG HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING? BOLOGNA TILGONGDIN ER EIN SEMJA MILLUM EVROPEISK LOND UM VIÐURKENNING AV HÆGRI ÚTBÚGVINUNUM HJÁ HVØRJUM ØÐRUM. HETTA GER, AT LESANDI ÚR BOLOGNA-LIMALONDUM KUNNU TAKA ÚTBÚGVING – ELLA PARTAR AV ÚTBÚGVING – Í ØLLUM LONDUM, SUM ERU PARTUR AV BOLOGNA.
H Barbara Gaardlykke Apol Lestrarland: Føroyar Útbúgving: Búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
28
etta krevur sjálvsagt, at útbúgvingarnar fylgja einum felags leisti tá útbúgvingar verða skipaðar – hetta er eitt nú ECTS-skipanin, 3 ára bachelor útbúgvingin, o.s.fr. Men tað krevur eisini, at tann góðskan sum verður bjóðað lesandi, er sambærilig. Hetta so at ein lesandi kann velja at taka sær ein yvibygnað á øðrum universiteti og klára seg har við tí læruúrtøku, hon ella hann frammanundan hava. Úr Bologna-tilgongdini er sprottið European Higher Educational Area (EHEA). EHEA kann samanberast við eitt fríhandilsøki: Um ein fyritøka ynskir Siga vit nú lesandi heldur enn fyritøkur, og útbúgvingar at fáa atgongd á ein ávísan útlendsk stovnar heldur enn handilsmarknaðir, kunnu vit lættliga an handilsmarknað, noyðist heima samanbera hetta við Bologna. Lesandi úr limalondunum landið at hava avtalu við ávísa landið, í EHEA kunnu frítt lesa á útbúgvingarstovnum hjá øðrum sum fyritøkan ynskir at handla við. Tað EHEA-limalondum. Almennu Føroyar hava ábyrgd av er ikki ábyrgdin hjá fyritøkuni at fáa gera avtalur við onnur lond um atgongd, meðan hin handilssáttmálan upp í lag – ta ábyrgd lesandi sjálv hevur ábyrgd av at røkka einstøku krøv eigur landið. Fyritøkan skal syrgja fyri unum um upptøku og so framvegis – tað vil siga at vera at hava eina góða og kappingarføra kappingarfør um lestrarplássini. Og sjálvandi ynskja vit, vøru. Harafturat er ynskiligt at landið at eitt føroyskt prógv gevur atgongd á so nógvar út hevur fríhandilsavtalu við so nógvar búgvingarstovnar sum møguligt. Tí er EHEA absolutt marknaðir sum møguligt – helst gjøgn fremsti og mest viðkomandi útbúgvingarmarknaðurin. um størri avtalur so sum EFTA – so at Føroyar eru umfataðar av øðrum atgongdgevandi møguleikarnir gerast fleiri. sáttmálum – eitt nú Reykjavík-yvirlýsingini, sum staðfestir at Norðurlond skulu viðkenna útbúgvingarstovnarnar hjá hvørjum øðrum. Sostatt geva føroysk prógv atgongd til útbúgvingarstovnar í øllum Norðurlondum. MFS vil fara longri. Vit vilja, at føroysk prógv verða viðurkend í øllum Evropa og hesum máli náa vit við at gerast partur av Bologna-tilgongdini.
HUGSA PAPPÍR
HUGSA FØROYAPRENT LANDSINS STØRSTA PRENTSMIÐJA Føroyaprent er ein nútímans fyritøka á øllum økjum. Føroyaprent hevur greiðan málsetning um at vera best á sínum øki, og setur ein heiður í at náa hesi mál, bæði innan tøkni, tænastu veitingar og á starvsfólkaøkinum. Vit ivast ikki í, at nýggjasta tøknin, góða handverkið og tær drúgvu royndirnar geva besta úrslitið. Føroyaprent er svanamerkt prentsmiðja.
www.foroyaprent.fo
ESG
HVUSSU BYRJAR MAN UPPÁ
góðskutrygging?
M Turið Jónleyg Johannesen Læknalesandi Keypmannahavn
30
FS hevur leingi snakkað um, at vit ynskja góðskutrygging á hægru útbúgvingarstovnunum í Føroyum. Endamálið er, at eitt føroyskt lestrarprógv skal vera viðurkent á altjóða støði, og at góðskan á Setrinum skal stað festast við einari skipan, ið onnur lond kenna aftur. Talan er tí ikki um at royna Setrið, ella at leggja trýst á tey, men heldur at fáa sannprógva góðskuna, ið tey longu hava, soleiðis at tey lesandi har kunnu fáa eitt altjóða viðurkent prógv. Men hvussu ger man? Niðanfyri hava
vit stutt tíðindabrøv frá fundunum í Grønlandi, har tey eru væl á veg at skipa eina grønlendska góðskutryggingarskip an. Tað er viðkomandi fyri okkum, at síggja teir tankarnar tey hava gjørt sær um teirra góðskutryggingarskipan, tí okkara samfeløg hava nógvar av somu avbjóðingunum. Tíðindabrøvini eru send til okkum frá okkara systurfelagsskapi Ili Ili, ið umboðar lesandi í Grønlandi.
ESG
NYHEDSBREV OM KVALITETSSIKRING AF DE VIDEREGÅENDE UDDANNELSER (1) Arbejdsgruppen for kvalitetssikring på videregående uddannelser arbejder med at definere et grønlandsk system inden for internationale standarder. Dette nyhedsbrev er et i rækken fra arbejdsgruppen.
NYHEDSBREV OM KVALITETSSIKRING AF DE VIDEREGÅENDE UDDANNELSER (2) Arbejdsgruppen for kvalitetssikring på videregående uddannelser arbejder med at definere et grønlandsk system inden for internationale standarder. Dette nyhedsbrev er et i rækken fra arbejdsgruppen.
I
Departementet for Uddannelse, Kultur, Kirke og Udenrigsanliggender (IKIN) er det besluttet at landet skal opbygge et kvalitetssikringssystem efter internationale standarder. Et første skridt i processen er at forholde sig til de internationale standarder og inden for dette at definere nogle grønlandske prioriteter. Der er oprettet en arbejdsgruppe med af de vigtigste interessenter, nemlig; 3 ansatte fra Ilisimatusarfik, 2 studenterrepræsen-
M
ålet for det grønlandske system for kvalitetssikring er på sigt en international godkendelse. Derfor er det nødvendigt at implementere krav og standarder udstukket internationalt. Den europæiske sammenslutning „European Association for Quality Assurance in Higher Education“ (ENQA) har udarbejdet „European Standards and Guidelines“ (ESG 2015) der opridser krav og retningslinjer som skal opfyldes før Grønland kan godkendes. Disse retningslinjer centrerer sig om tre fokusområder, nemlig: 1) procedurer for intern kvalitetssikring på videregående uddannelser, 2) procedurer for ekstern
tanter fra ILI ILI, 1 repræsentant fra de erhvervsfaglige skoler, 2 repræsentanter for arbejdsgivere, (GE og ASA). Desuden er der to medarbejdere fra IKIN og en udenlandsk kvalitetsekspert i arbejdsgruppen. Processen med etablering af systemet er igangsat af og koordineres fra IKIN. Men, lidt længere henne i processen skal udvikling og implementering af kvalitetsarbejdet frigøres fra IKIN og overgå til en selvstændig enhed.
evaluering af den interne kvalitetssikring og 3) et uvildigt kvalitetssikring institut eller organ der bla. koordinerer evalueringerne og sikrer processen hen imod en international anderkendelse af det grønlandske system. Arbejdsgruppen skal afklare en række principielle beslutninger der må træffes før et grønlandsk kvalitetssystem kan etableres. Arbejdsgruppen begyndte i 2017 og arbejdet med at definere grønlandske krav ventes afsluttet i 2018. Arbejdet munder ud i en rapport der skal danne basis for en håndbog der bla. definerer krav og retningslinjer for det grønlandske kvalitetssikringssystem. 31
ESG
NYHEDSBREV OM KVALITETSSIKRING AF DE VIDEREGÅENDE UDDANNELSER (3) Arbejdsgruppen for kvalitetssikring på videregående uddannelser arbejder med at definere et grønlandsk system inden for internationale standarder. Dette nyhedsbrev er et i rækken fra arbejdsgruppen.
NYHEDSBREV OM KVALITETSSIKRING AF DE VIDEREGÅENDE UDDANNELSER (4) Arbejdsgruppen for kvalitetssikring på videregående uddannelser arbejder med at definere et grønlandsk system inden for internationale standarder. Dette nyhedsbrev er et i rækken fra arbejdsgruppen.
32
M
edlemmerne af arbejdsgruppen der arbejder med at definere det kommende grønlandske system repræsenterer de vigtigste interessenter for kvalitetssikring, nemlig repræsentanter fra ledelse, fra undervisere og fra studerende på Ilisimatusarfik. Desuden er aftagerne af færdige kandidater, dvs. arbejdsgivere samt Departementet for Uddannelse, Kultur, Kirke og Udenrigsanliggender repræsenteret. Med den brede og repræsentative sammensætning af arbejdsgruppen blev der ved et af de første møder udarbejdet et samlet formål med kvalitetssikringen i Grønland, nemlig at:
E
t principielt spørgsmål for beslutning af kvalitetssystemet er hvad som skal kvalitetssikres og på hvilket niveau. Arbejdsgruppen har fundet at hver uddannelse skal evalueres løbende i den interne kvalitetssikring, hvilket er i overensstemmelse med ENQA standarderne. Evalueringerne skal munde ud i forslag til forbedring af kvaliteten, og efterfølgende implementering af disse forbedringer. Kvaliteten af disse evalueringer vil blive vurderet i de eksterne evalueringer som kommer periodevis med eksempelvis fem års intervaller. Et andet principielt spørgsmål diskuteret i arbejdsgruppen er forholdet mel-
›› Udvikle de videregående uddannelser så de har større relevans for erhvervslivet og samfundet ›› Det faglige fundament styrkes således at de lever op til et anerkendt internationalt niveau ›› Systemet bidrager til en positiv samfundsudvikling ›› Styrke en studenteraktiverende og motiverende læringsform ›› Bidrage til at hæve gennemførelsesraten på videregående uddannelser
lem tillid og kontrol i kvalitetssikringen. Overordnet kan man sige at en stor grad af kontrol kræver udarbejdede og dokumenterede rutiner, samt et stort arbejde med at skriftligt dokumentere fra dem som udøver det interne kvalitetsarbejde på uddannelsesstederne. Den mere tillidsbaserede tilgang arbejder mere med at opbygge en fælles forståelse og forventningsafstemning på alle niveauer. Det er besluttet at når vi er så få i landet og ikke har ressourcerne, skal vi satse mere på den tillidsbaserede tilgang – modsat Danmark der hælder mod den kontrol baserede tilgang.
ESG
NYHEDSBREV OM KVALITETSSIKRING AF DE VIDEREGÅENDE UDDANNELSER (5) Arbejdsgruppen for kvalitetssikring på videregående uddannelser arbejder med at definere et grønlandsk system inden for internationale standarder. Dette nyhedsbrev er et i rækken fra arbejdsgruppen.
V
ed arbejdsgruppens sidste møde afholdt i maj måned var inviteret en international ekspert inden for kvalitetsudvikling på videregående uddannelser; professor Norman Sharp fra Skotland. Han har stor erfaring med udvikling af systemer specielt egnet for små lande og bidrog positivitet i diskussionerne med hans store viden. Et vanskeligt emne for diskussionerne var om forskning også skal evalueres i forbindelse med kvalitetssikringen. Dette fordi flere og flere lande vælger at inkludere forskningen i evalueringen, motiveret ved at man ser et tæt samspil mellem forskning og undervisning i den forskningsbaserede undervisning. Ved
kun at evaluere undervisningen får man ikke et helhedsbillede. Samtidig blev det understreget at kravet ofte kommer fra underviserne selv, som ønsker at dokumentere at undervisningen er forskningsbaseret. Der var en del skepsis omkring måden en mulig forskningsevaluering skulle foregå. Der forklarede Norman Sharp at der er mange andre parametre at evaluere forskningen på end blot at analysere forskningsproduktionen i internationale anerkendte tidskrifter. Man vil inkludere forskningens formål samt betingelser i den samlede evaluering. Kort sagt en evaluering der stiler mod at være „fit for purpose“.
33
LøgtingsÂval
36
LESANDI KUNNU AVGERA VALIÐ
MFS: VILJA LÆTTA UM VALTILGONGDINA
40 42
HVAT HALDA UNGMANNAFELØGINI UM HÆGRI ÚTBÚGVINGARPOLITIK?
43
A – HUXA
44
B – UNGMANNAFELAGIÐ SAMBAND
45
C – SOSIALISTISK UNG
46
D – UNGT SJÁLVSTÝRI
47
E – UNGA TJÓÐVELDIÐ
48
F – FRAMSØKIN UNG
49
H – UNG FYRI MIÐFLOKKIN
50
SKRÁSETING TIL LØGTINGSVAL
51
UMSÓKNARBLAÐ
Fotomynd: Arne List
Lesandi kunnu avgera valiรฐ
36
LØGTINGSVAL
SKRÁSETTIR FØROYINGAR UTTANLANDS Í LESTRARØRINDUM TIL LØGTINGSVAL
44%
16%
26%
41%
2004
2008
2011
2015
397 av 901 lesandi
183 av 1084 lesandi
424 av 1621 lesandi
684 av 1649 lesandi
Kelda: Studni GG: Trupulleikin við tølunum av lesandi uttanlands er tó, at hetta eru tøl frá Studna, ið einans fevna um lesandi uttanlands, ið hava søkt um ferðastuðul. Talið av lesandi er tískil helst hægri.
H
vat samfelag vit lesandi ynskja okkum, kunnu vit sjálv avgera, tí lesandi kunnu lættliga gerast avgerandi atkvøðurnar fyri politisku kós Føroya. Hóast mannagongdirnar fyri summar útisetar kunnu tykjast truplar, er hetta ómakin vert, tí tað eru smáir marginalar, ið avgera nakrar av sess unum. Valluttøkan hjá útisetum hevur ligið millum 16 og 44 prosent, men átti at verið munandi nærri høgu føroysku valluttøkuni annars, tá ið hugsað verður um, hvønn týdning hetta kann hava. At luttaka á vali er nakað, ið nógv hugsa sum sjálvsagt, tí at fara á val er nakað, vit eru von við, tí tað er ein partur av einum fólkaræði, men soleiðis er ikki allastaðini. Føroysk lesandi, ið fyribils eru uttan fyri Føroyar, skulu berjast við eina drúgva og onkuntíð trupla mannagongd fyri at kunna luttaka á vali í Føroyum. Føroysk lesandi uttanlands hava síð ani 1992 havt møguleikan at luttaka á løgtingsvali í Føroyum. Hóast lesandi hava havt hendan rættin í góð 27 ár, so
Katrin Fríða Jógvansdóttir Lesur løgfrøði á Københavns Universitet
er ikki nógv gjørt fyri at betra um viður skiftini. Tað eru áleið 1127 føroysk lesandi uttanlands, og hesin bólkurin kann tí gerast ein týðandi liður í, hvussu løgtingið verður myndað.
Búsitandi í Keypmannahavn
VALIÐ 2015 Upp undir valið í 2015 varð stór orka løgd í at heita á lesandi útisetar at skráseta seg og velja til løgtingsvalið, bæði frá MFS, valevnum til løgtingið, kommununum o.ø. Hetta varð gjørt við eitt nú lýsingum, kunnandi tiltøkum og valfundum. Hetta hevði við sær, at methøgt tal av lesandi útisetum skrásettu seg til valið. Henda framgongdin er at fegnast um, tí hetta merkir, at føroysk lesandi
Torstein Jóhannes Fríðfinsson Lesur bygningsverkfrøði á DTU Búsitandi í Keypmannahavn
37
LØGTINGSVAL
uttanlands hava áhuga í at luttaka og hava ávirkan í føroyska samfelagnum. Hetta merkist somuleiðis í stóru fólka tilflytingini seinastu árini. Hóast framgongd, so er 41% als ikki serliga høgt, um vit sammeta hetta við samlaðu valluttøkuna á 88,8% í 2015. Vit síggja týðiliga, at føroyingar fara á val, men síggja eisini greitt, at trupul mannagongd at skráseta seg útilokar í fyrsta umfari meir enn helvtina av teim um, ið hava hendan rætt. Í øðrum umfari vita vit ikki, hvussu mong av hesum hava valt, av tí at tað verður gjørt við vanligari brævatkvøðu, og hesar verða taldar saman við hinum brævatkvøðunum. Okkara mál er ikki at broyta háttin, ið atkvøtt verður, men einans at vísa á, at hetta kann vera við til at minka um valluttøkuna.
LØTT ATKVØÐUGREIÐSLA FREMUR FÓLKARÆÐI Í einum fólkaræði er tað týdningarmik ið, at umboðanin í parlamentinum av myndar fólkið og vilja tess. Fyri lesandi uttanlands átti hetta veruliga at talt, at tað skal so lítið til fyri at fáa stórar broyt ingar í politiska landslagnum. Ein trupulleiki er tó hjá teimum, ið ikki lesa í býum, har sendistova er, og sum tí mugu ferðast leingi fyri at greiða brævatkvøðu. At tað er trupult at greiða atkvøðu kann elva til, at fólk ikki velja, og tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki. Hetta kann samanberast við tey heilt smáu økini í Føroyum, har hildið verð ur fast um, at hóast har eru heilt fáar atkvøður, skulu fólkini atkvøða á staðn um og ikki ferðast til størri pláss. Tá hetta verður fasthildið, hví verður so ikki arbeitt við at fáa eina loysn til tey lesandi uttanlands, ið mugu ferðast langt fyri at greiða atkvøðu? Vit vilja tí heita á, at ein loysn verður funnin skjótast gjørligt! Hyggja vit at 2015 sum dømi, vóru tað 1649 føroysk lesandi uttanlands. Um øll 1649 greiddu atkvøðu, hevði tað svarað til 4,2% av teimum, ið hava atkvøðurætt til løgtingsval í Føroyum. Um vit hyggja at løgtingsvalinum í 2015, fekk Nýtt Sjálvstýri 1305 atkvøður 38
Valrættur til løgtingsval Valrætt til Løgtingið hevur persónur, ið: ›› er fyltur 18 ár ›› hevur danskan heimarætt ›› er heimahoyrandi í Føroyum Fyri persón, ið fyribils hevur tilhald uttanfyri Føroyar vegna útbúgving: ›› viðkomandi er undir útbúgving ›› lýkur treytirnar omanfyri ›› hevur búð í Føroyum í minst 5 ár GG: Avgerð um upptøku á vallistan er galdandi í 2 ár hvørjaferð, og valrætturin er varðveittur í hægst 8 ár eftir at ein persónur er fluttur av landinum. Kelda: Løgtingslóg um lóg um val til Løgtingið, sum seinast broytt við kunngerð nr. 69 frá 28. mai 2013
og 2 løgtingsumboð. Eisini vita vit, at tað skuldu bert fáar atkvøður flutt seg, fyri at onkur flokkur fekk ein tinglim minni ella meir. Hetta kundu verið atkvøðurnar hjá okkum lesandi.
KNÝTA SAMBAND TIL FØROYA At hava atkvøðurætt er við til at skapa ábyrgdarkenslu og tilknýti til Føroya. Seinastu árini hava vit eisini sæð eitt størri tal av útisetum, sum flyta aftur til Føroya eftir loknan lestur. Hetta sæst aftur í fólkatalinum, og at tað nú fyri fyrstu ferð í longri tíð eru fleiri fólk undir 40 ár enn yvir 40 ár. Lesandi uttanlands fylgja væl við í tí, sum fyriferst í Føroyum. Nógv tiltøk eru um føroysk viðurskifti, og kenslan er, at tey flestu, sum fara uttanlands at lesa, fegin vilja heim aftur at mynda samfelagið í Føroyum. Tí hevur spurningurin um val og valrætt stóran týdning. Tískil er týdningarmikið, at myndugleikar í Føroyum eins og lestrarfeløg og onnur gera tað, sum skal til fyri at eggja fólki at skráseta seg til val og at velja. Landsstýrið, løgtingið, kommunur, sendistovur og ikki minst MFS eiga tí í hvør sínum lagi og saman at gera sítt til at økja valluttøkuna millum lesandi uttanlands.
LØGTINGSVAL
SKRÁSET TEG SUM SKJÓTAST E
rt tú lesandi uttanlands, er týdning armikið, at tú sum skjótast sendir inn umsókn um at skráseta teg til løgtingsvalið. Løgtingsval verður í síðsta lagi 1. septembur í ár, og tú ert á vallistanum í tvey ár, hvørja ferð søkt verður.
Tú kanst taka niður umsóknina á www. mfs.fo/val. Vit vilja heita á allar lesandi útisetar um at skráseta seg (sum skjótast) og at velja til løgtingsval, tí at luttøka er ávirkan!
39
LØGTINGSVAL
MFS:
Vilja lætta um valtilgongdina MFS HEVUR LEINGI ARBEITT VIÐ AT LÆTTA UM MANNAGONGDINA HJÁ LESANDI ÚTISETUM AT SKRÁSETA SEG TIL LØGTINGSVAL. TALAN ER UM KUNNGERÐ FRÁ 1994, SUM ER SEINAST BROYTT Í JANUAR 2018. VIÐ NÝGGJASTU BROYTINGINI VARÐ KRAVIÐ UM LESTRARVÁTTAN STRIKAÐ.
Katrin Fríða Jógvansdóttir Lesur løgfrøði á Københavns Universitet Búsitandi í Keypmannahavn
L
imir úr MFS hava samskift við nú verandi og fyrrverandi landsstýris fólk um evnið. Møguleikarnir, ið vit skjóta upp, eru, at tað annaðhvørt ber til at greiða atkvøðu á eitt nú før oysku sendistovunum uttanlands á valdegnum, at tað ber til at lata inn brævatkvøðu til eitt nú kommunu ella universitetið, har lesandi eru, ella at tað verður gjørt samstundis, sum søkt verður um ferðastuðul (ella gjørt elektroniskt á annan hátt).
VALSTAÐ Á VALDEGNUM Torstein Jóhannes Fríðfinsson Lesur bygningsverkfrøði á DTU Búsitandi í Keypmannahavn
40
Eitt uppskot er, at tað ber til at greiða at kvøðu eitt nú á føroysku sendistovunum uttanlands á valdegnum. Fyri at hetta skal verða gjørligt, er neyðugt at broyta vallógina, soleiðis at onnur valstøð enn kommunurnar verða møgulig. Hendan loysnin varð tó politiskt mett sum ivasom, tí ringt er at gera av, hvørji undantøk kunnu gerast. Keypmannahavnarnevndin hjá MFS heitti á fólk at greiða brævatkvøðu fyri valið í 2015 eitt nú á einum tiltaki í Føroya húsinum. Til tiltakið vitjaðu føroyski sendimaðurin og onnur starvsfólk frá sendistovuni í Keypmannahavn, sum
settu seg uppá í Føroyahúsinum at taka ímóti bræv atkvøðum. Tað vóru so nógv lesandi, sum greiddu brævatkvøðu hetta kvøldið, at sendimaðurin mátti súkkla ein túr á sendistovuna eftir fleiri atkvøðuseðlum. Hetta ynskja vit at endurtaka, og ongantíð betri, um hetta verður gjørt á fleiri støðum!
LATA INN BRÆVATKVØÐU HAR HIN LESANDI ER Annar møguleiki er, at tað verður gjørd avtala við kommunu ella universitet, har føroysk lesandi eru, um at greiða brævatkvøðu á hesum staði. Hetta hevði lætt munandi um hjá teimum, ið hava langa leið til eina sendistovu.
SKRÁSETA SEG TIL VAL SAMSTUNDIS SUM SØKT VERÐUR UM FERÐASTUÐUL Ein annar møguleiki, ið skotið varð upp, var, at um sókn um at verða upptikin á vallista verður tvinnað saman við umsóknini um ferðastuðul. Hetta verður mett sum tann einfaldasta loysnin, eftirsum at tað eru tey somu krøvini, sum skulu lúkast ávikavist til upptøku á vallista og ferðastuðul. Tað varð tí skotið upp, at tað verður settur ein kassi í skjalið, ið verður nýtt til at søkja um ferðastuðul frá Studna við orðunum „Eg vil hervið søkja um at verða upptikin á vallistan til løgtingsval“.
LØGTINGSVAL
Á hendan hátt hevði verið tryggjað, at tey flestu vóru skrásett (altíð), og sloppið hevði verið undan hurlivasa beint upp undir val. Vit eru varug við, at við einari tílíkari skipan eru nøkur, ið detta niður ímillum orsakað av, at øll ikki uppfylla treytirnar til at søkja um ferðastudning, m.a. tí viðkomandi ikki hevur verið lesandi í ½ ár. Tí verður ikki ynskt, at verandi skipan verður avtikin, men at tann møguleikin eisini er til staðar.
TALGILDU FØROYAR Tá arbeitt hevur verið fyri at lætta um mannagongdina at atkvøða og manna gongdina at verða tikin upp á vallista, hava grundgevingar, um eitt nú at arbeitt verður við talgildum skipanum, og síðan at Talgildu Føroyar eru „á gáttini“, verið nýttar sum undanførsla fyri at betra um støðuna. Tað er undrunarvert, at heldur enn at leggja orku í sum skjótast at lætta um manna gongdina og á tann hátt helst tryggja eina hægri luttøku av útisetalesandi føroyingum at velja til løgtingsval og at luttaka í føroyska samfelagnum, verða undanførslur nýttar um, at ein talgild skipan helst kemur skjótt. Hóast ongin við vissu veit, nær hon kemur. Roynd varð gjørd at betra um hetta tvey ár áðrenn, valið varð útskrivað í 2015, og hevur síðan verið arbeitt við at broyta hetta, men útlit eru ikki fyri, at nøkur stórvegis broyting verður gjørd. Útisetalesandi fingu tó eina gularót í januar 2018, tá ið kravið, um at prógva at ein var lesandi, varð strikað úr umsóknini. Hetta hevur lætt um hjá nøkrum, men er langt frá tí broyting, ið skal til fyri at tryggja hægri luttøku. Til løgtingsvalið í 2015 vóru 41% skrásett; lat okkum fáa hetta talið upp á 100% og valluttøkuna á sama støði, sum vallutøkan samlað er í Føroyum! Talan er um at broyta eina kunngerð, ið ikki skal samtykkjast í Løgtinginum, men bert kunngerast og setast í gildi av landsstýris fólkinum. Tá til bar at broyta kunngerðina í 2018, so átti at verið møguligt at gjørt eina nýggja broyting, ið munar enn meir. Í staðin fyri at halda fast í eini truplari og gamlari mannagongd, átti landsstýrið at gingið ynskinum hjá MFS á møti um at tvinna umsóknina um upptøku á vallista saman við umsóknini um ferðastuðul. Á henda hátt kunnu vit tryggja, at nærum 100% eru skrásett til valið, og kunnu vit tí hugsavna okkum um arbeiðið at fáa fólk á val.
Tá tú skrásetir teg, skalt tú: 1. Fylla út umsóknarblað um upptøku á vallista fyri føroyingar, ið búgva uttanlands. Tú finnur hetta skjalið eitt nú á www.mfs.fo/val 2. Senda umsóknina a. til kommununa, tú seinast hevði bústað í Føroyum b. í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin Kelda: Kunngerð nr. 137 frá 23. septembur 1992 um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 7 frá 29. januar 2018
Tá tú sum útisetalesandi skalt atkvøða Um tú ert uttanlands, letur tú inn brævatkvøðu á einari føroyskari ella danskari sendistovu Um tú ert í Føroyum, kanst tú annaðhvørt: ›› fyri valið, lata inn brævatkvøðu í kommununi, har tú ert skrásettur á vallistanum ›› á valdegnum, velja sum vanligt á valstaðnum, har tú ert skrásettur á vallistanum
41
MIÐALALDURIN I LØGTINGINUM ER 51,6 ÁR. LØGTINGSFÓLKINI HAVA NÓGVAR MEININGAR, HVUSSU TINGINI SKULU VERA, MEN HVAT HELDUR UNGDÓMURIN? MFS HEVUR SPURT UNGMANNAFELØGINI, HVUSSU TEY HALDA, AT VIT BEST TRYGGJA OKKUM EINA FULT KAPPINGARFØRA ÚTBÚGVINGARSKIPAN.
Turið Jónleyg Johannesen Læknalesandi, Keypmannahavn
42
LØGTINGSVAL
A HUXA
„Huxa vil, at tann lesandi fær eitt viðkomandi starv eftir lokna útbúgving“
H
uxa metir, at tann mest týðandi parturin at fáa okkara útbúgvingarskipan kapp ingarføra er at í størstan mun at tryggja, at tann lesandi fær góðar og viðkomandi arbeiðs møguleikar eftir loknan lesnað. Lykilin til tað er at fáa arbeiðsmarknaðin og Setrið at samstarva og samskifta við hvørt annað. Huxa vil, at ein lesandi í minst møguligan mun skal koma út fyri, at hon/hann ikki fær eitt starv, ið viðkemur teirra útbúgving eftir lokna lestrartíð, ella – enn verri – at starvið, ið hon/hann fær, als ikki er tað rætta fyri viðkomandi. Tí metir Huxa, at í fyrsta liði skulu arbeiðsmarkn aðurin (tað almenna og privata) og Setrið hava eitt støðugt samskifti, har arbeiðsmarknaðurin gevur Setrinum metingar yvir, hvat bráðfeingisog framtíðartørvurin á arbeiðsmarknaðinum er. Hareftir leggur Setrið sítt tilfeingi og sína orku tilsvarandi tí tørvinum. Vit skulu umganga, at tann lesandi brúkar ein stóran part av lívinum upp á eina útbúgving, ið kortini ikki er tann rætta fyri viðkomandi. Huxa vil, at arbeiðsmarknaðurin og Setrið fara í eitt samstarv, har allar útbúgvingar í mest møguligan mun tíðliga í útbúgvingarskeiðinum bjóða praktikpláss sum part av útbúgvingini, har tann lesandi fær eina kenslu av, hvat viðkomandi útbúgving kann bjóða í einum framtíðar arbeiðslívi.
Tað er týdningarmikið, at tey, sum vilja fara undir hægri lesnað í Føroyum, kunnu velja sær eina útbúgving, sum tey eru spent uppá. Eins týdningarmikið er, at tann lesandi fær brúkt sína útbúgving eftir loknan lestur. Tí má útbúgvingar skipanin verða soleiðis snikkað saman, at mann í fyrstu syftu hyggur at, sum omanfyri nevnt, hvat arbeiðsmarknaðinum tørvar, og aftrat tí um grund arlag er fyri at útbúgva hesi fólk í Føroyum. Soleiðis kunnu vit fáa eina útbúgvingarskipan, sum leggur seg eftir hægstu dygd á teimum økjunum, sum eru viðkomandi fyri føroysk lesandi og føroyska marknaðin. Um vit í Føroyum vilja hava okkara útbúgvingar skipan at kappast við tey útlendsku universitetini um tey útlendsku lesandi, so mugu vit eisini hyggja at, hvat er serstakt fyri okkum, og hvar vit skara framúr í mun til onnur lond. Her er tað upplagt, at vit í Føroyum bjóða dygdargóðar útbúgvingar innan maritimu økini. Men sum fyrsta stig eigur mann leggja seg eftir at fáa eina betri og meir umfatandi samskipan av arbeiðsmarknaðinum og útbúgvingarstovnunum í Føroyum.
Huxa
43
LØGTINGSVAL
B UNGMANNAFELAGIÐ SAMBAND
Ein fult kappingarfør útbúgvingarskipan
Ú
tbúgving er ein avgerandi fortreyt fyri menningina og kappingarførið hjá sam felagnum. Ynskiligt við útbúgvingapolitikki okkara er at skapa búskaparvøkstur samstundis við, at vit ynskja at nøkta tørvin hjá tí einstaka menn iskjanum fyri at ogna sær røttu førleikarnar og at gagnnýta møguleikarnar á arbeiðsmarknaðinum.
HVAT YNSKJA VIT? Ungmannafelagið Samband ynskir, at allir borgarir í landinum skulu fáa eina førleikagevandi útbúgving í einari lagaligari útbúgvingarskipan á altjóða støði. Vit ynskja eina kappingarføra útbúgvingarskipan, ið hóskar til føroyska samfelagið. Tað er umráðandi at velja kvalitet heldur enn kvantitet. Vit vilja avmarka útbúgvingarnar og skulu til eina og hvørja tíð tryggja, at samsvar er millum tann tørvin, sum samfelagið bjóðar á arbeiðsmarknaðinum, og tær hægri útbúgvingarnar, sum tað almenna bjóðar út.
ÚTBOÐ OG EFTIRSPURNINGUR SKULU SAMSVARA Útboðið av útbúgvingunum í dag samsvarar ikki nóg væl til tørvin á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tískil er útboðið ikki nóg gott til eftirspurningin. Tað er ein yvirframleiðsla av ávísum útbúgvingum, meðan tørvurin á øðrum útbúgvingum ikki er nóg
44
væl nøktaður. Tískil skal málið vera at seta tiltøk í verk, soleiðis at tað, sum vinnan og tað almenna eftirspyrja, samsvarar við tað, ið verður bjóðað út av útbúgvingum. Gerast skal ein strategisk meting av, hvørjar útbúgvingar vit sjálv kunnu megna at hava í Føroyum, og hvørjar vit heldur kunnu taka í útlandinum. Harumframt skulu tær útbúgvingar, ið vit velja at varðveita her í Føroyum, vera á altjóða støði og vera altjóða góðkendar, soleiðis at vit kunnu kappast við umheimin at fáa útlendingar at koma til Føroya at lesa, tí vit bjóða eina heilt serstaka útbúgving her.
KAMPUS Ynskiligt er, at øll undirvísing verður savnað á ein um kampus ella øki. Endamálið er at útnytta sam virkanarárin og at nýta felags høli, felags útbúnað, felags lærarar, undirvísing og annað. Tá vit skipa hægri útbúgvingar í eina stóra eind og tryggja góð viðurskifti og góðar fysiskar karmar, eru vit meira eiggilig fyri bæði føroyingar og útlendingar, ið ynskja at fara undir lesnað í Føroyum. Eisini skal hægri lestur á alnótini mennast. Føroyar skulu vera í fremstu røð á hesum øki og harvið økja munandi um útbúgvingartilboðini innan hægri lestur.
Ungmannafelagið Samband
LØGTINGSVAL
C SOSIALISTISK UNG
Lestrarlandið Føroyar FØROYAR SUM HEIMSINS BESTA LESTRARLAND Vit í SU halda tað vera gott, at ung fólk leita sær út í heim at nema sær útbúgving, bæði til Danmarkar og longur út í heim. Tað er sunt at fara burtur at leita sær sær nýggjan íblástur. Kortini hava vit enn í dag tann trupulleikan, at nógv av teimum ikki flyta heimaftur. Av hesum missa vit bæði arbeiðsmegi og møguligan vøkstur og nýmenning Men samstundis er eisini neyðugt, at vit hava nóg nógvar og spennandi lestrarmøguleikar her heima, so tey, sum ynskja tað, kunnu lesa í Føroyum, antin alla útbúgvingina ella partar av henni. Tí Føroyar sum samfelag hevur, eins og øll onnur lond, brúk fyri ungdóminum í gøtumyndini og í almenna orðaskiftinum. Tí er tað eisini hugaligt at síggja, at lutfallið millum tey, sum velja at lesa í Føroyum og í Danmark, er broytt nógv síðstu árini, har fleiri nú velja at lesa í Føroyum. Helst er orsøkin, at vit hava fingið fleiri útbúgvingartilboð, og at tað í dag er eitt sindur kulari at lesa í Føroyum, enn tað var fyrr. Harafturat kann tað hugsast, at íløgurnar, ið hava verið gjørdar í lestrarumhvørvið seinastu fáu árini- eitt nú Finsenlestraríbúðir og Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju – hava havt ávirkan á hetta.
KAMPUS Í HEIMSKLASSA Vit mugu hava eitt veruligt kampus, ein lestrarbý, har tað ber til at búgva bíliga, at lesa og at hava ymisk mentanar- og frítíðartilboð. Vit mugu hava eina heildarætlan fyri kampus, har vit byggja eitt nýtt Fróðskaparsetur, eins og vit nú hava fingið Glasir. Søvnini mugu vera nærhendis og onnur tilboð til lesandi og granskarar. SU heldur, at um hvørvið úti á Frælsinum og á Vestaru Bryggju er
eitt gott val – men vit høvdu heldur onki havt ímóti at lagt eitt kampus uppi í Hoydølum. Tað er spennandi at síggja, hvussu væl Sjóvinnu húsið riggar. Felagshúsanin við Hugskotinum, Filmshúsinum og Setrinum hevur skapt spennandi samstørv, synergiir og eina íverksetaramentan, sum vit ongantíð hava sæð í Føroyum fyrr. Hetta er avgjørt vert at byggja víðari á, tí tað er gagnligt bæði fyri Setrið og tey ungu, sum halda til har longu nú. Vit í SU hava sera ilt av, at Námsvísindadeildin, við lærara- og pedagoglesandi, heldur til í Venj ingarskúlanum, sum er í sera ringum standi. Tann deildin skuldi fingið betri umstøður sum skjótast, tí har er heldur onki sosialt umhvørvi.
GÓÐAR OG BÍLIGAR ÍBÚÐIR SU heldur, at Venjingarskúlin skuldi verið umbygdur til bíligar lestraríbúðir, so skjótt sum skúlabørnini eru flutt út í nýggja Skúlan á Fløtum. Bústaðir gandaði Kommunuskúlan til spennandi og bíligar íbúðir, og tað er akkurát tað, sum vit hava brúk fyri. Ja, í Venjingarskúlanum kundu vit skapt tað føroyska Oyrasundskollegiið.
FJARLESTUR OG SKIFTISSKIPANIR Kampus Føroyar skal eisini vera heimsins besti fjar lestrardepil, har vit herúti í Atlantshavi kundu latið upp fyri øllum heimsins útbúgvingum. Við røttu strategiini, nýggjastu tøknini, super vegleiðarum og einum spennandi lestrarumhvørvi kundu fólk lisið hvat sum helst og nær sum helst í Føroyum. Tá høvdu enn fleiri valt Føroyar sum lestrarland – eisini útlendingar, tí her er bæði trygt, friðarligt, reint og vakurt, og tað eftirlýsa nógv fólk í dag. Á hendan hátt ber til at seta Føroyar á heimskortið – eisini sum lestrar-og granskingarland. 45
LØGTINGSVAL
D UNGT SJÁLVSTÝRI
Kappingarføri: Trivnaður í lestrartíðini
U
m Føroyar skulu hava eina kappingarføra útbúgvingarskipan er neyðugt at hyggja at, hvussu lestrarlívið er aðrastaðni, og hvat tað er, sum dregur føroyingar til útlondini. Í Ungum Sjálvstýri halda vit tó ikki, at tað er ein vansi, at okkara mongu lesandi útbúgva seg aðrastaðni. Tað vísir seg tó, at tað eru fleiri, sum kundu hugsað sær at verið verandi í Føroyum, men sóu ikki møguleikan fyri tí. Hetta má sjálvsagt broytast. Størsti kappingarneytin er Danmark, og ein av avgerandi mununum er fíggjarligi parturin. Tað er eingin ivi, at tað er munandi lættari at vera lesandi í Danmark, tí útbúgvingarstuðulin er hægri og livikostnaðurin lægri. Skulu Føroyar hava ein kappingarføran útbúgvingarstovn, mugu vit bjóða lestraríbúðir til ein rímiligan prís, sum samsvarar við útbúgvingarstuðulin.
DENTUR Á SOSIALAN FELAGSSKAP Setrið hevur tey seinastu árini ment útbúgvingar tilboðini, og tað skulu tey hava rós fyri. Hetta, meta vit, er ein fortreyt fyri kappingarførið. Vit meta tó, at
46
tann sosiali felagsskapurin millum lesandi manglar í føroysku útbúgvingarskipanini. Uttanlands gera útbúgvingarstovnarnir nógv fyri trivnaðin hjá teimum lesandi, og kanningar vísa eisini ein samanhang millum trivnað og lesandi, sum fella frá. Í Danmark og aðrastaðni hava fleiri universitet eitt campus við bókasøvnum, kantinu og hølum til tey lesandi at brúka til ymiskt virksemi. Harafturat verður dúgliga skipað fyri tiltøkum, sum ikki hava beinleiðis týdning fyri lesnaðin, so sum fyrilestrar, skeið, kappingar, veitslur, temadagar og annað, sum kann skapa trivnað og felagsskap millum tey lesandi. Hetta hevur kanska ikki fyrsta prioritet, og tað er eisini skiljandi.Vit mugu tó viðurkenna, at hetta hevur stóran týdning fyri ungdómin, og tað hevur ein avgerandi lut í, hvørt ein lesandi velur ella vrakar. Vit meta tí, at um føroyskir útbúgvingarstovnar skulu gerast kappingarførir, so má størri dentur verða lagdur á trivnað og sosiala felagsskapin mill um lesandi.
Ungt Sjálvstýri
LØGTINGSVAL
E UNGA TJÓÐVELDIÐ
Setrið skal raðfestast við hálvari milliard
E
itt framkomið samfelag, er eitt samfelag, ið leggur stóran dent á útbúgving, vitan og gransking. Fróðskaparsetur Føroya hevur í fleiri ár virkað sum vitanardepil Føroya, og hetta skal Setrið sjálvsagt eisini verða í framtíðini. Eitt framkomið samfelag er eisini eitt samfelag, ið hevur ein virknan og framfúsan ungdóm. Tað er einki loyndarmál, at Føroyar eru góðar at útflyta fisk – og ungdóm. Vit mugu ikki taka tað fyri givið, tá ungdómurin velur at verða verandi í Føroyum at nema sær útbúgving. Tað er ein samanhangur millum fólkavøkstur og útbúgvingarmøguleikar. Vit kunnu ikki koma rundan um, at skal fólkatalið í Føroyum vaksa, og skulu Føroyar frameftir gerast meira tíðar hóskandi og lokkandi fyri føroyskan ungdóm, so er týdningarmikið, at útbúgvingarøkið av álvara verður raðfest. Tað er eisini ein týdningarmikil liður í stríðnum fyri teimum frælsu Føroyum, at vit raðfesta útbúgving á føroyskum og til føroysk viðurskifti. Skulu Føroyar sjálvar í framtíðini t.d. røkja dómsvaldið, so er týdningarmikið, at møguleiki er at útbúgva løgfrøðingar í Føroyum eftir føroyskum fortreytum.
Tað er miðnámsskúlanæmingunum á Glasi væl unt við nýggjum og glæsiligum bygningi. Hetta er eitt gott stig at skipa og menna miðnáms útbúgvingarnar í Føroyum. Men tað slepst ikki undan, at Setrið má savnast. Vit mugu byggja eitt universitet, ið er kappingarført við universitetini kring okkum. Føroyar mugu skapa allar fortreytir, skal ungdómurin velja Føroyar; tað kemur ikki av sær sjálvum. At velja at raðfesta útbúgving í Føroyum er at velja ungdómin til. Mann hoyrir nógv føgur orð at raðfesta Setrið, men enn mangla vit at síggja handlingar. Nógv meira peningur skal játtast á fíggjarlógini enn tað, ið verður játtað nú. Setrið skal raðfestast við hálvari milliard; ferð skal setast á at byggja eitt savnað Setur, og núverandi útbúgvingar skulu styrkjast, samstundis sum fleiri skulu bjóðast út; at byrja við jura og medisin. Unga Tjóðveldið vil, at gongdin verður vend. Komandi árini skulu fleiri føroyingar vera undir hægri lesnaði í Føroyum enn í útlondum. Føroyum tørvar ein virknan ungdóm, ið førir samfelagið framá. Hetta hendur ikki, um vit ikki raðfesta útbúgving; hetta hendir ikki, um vit halda á fram at útflyta dýrabarasta tilfeingið – ungdómin.
47
LØGTINGSVAL
F FRAMSØKIN UNG
Handaligar og tøkniligar útbúgvingar og EITT Setur
S
tóra framgongdin hjá okkum á útbúgvingar økinum er gleðilig at síggja, og tað eru fleiri, ið velja at útbúgva seg í Føroyum. Millum annað hevur Setrið tikið seg nógv fram á øllum økjum seinastu árini, men enn er langt á mál, um vit vilja kallast eitt lestrarland, har ung stroyma til at savna sær vitan og royndir. Vit mugu hyggja neyvt eftir, hvør tørvur er á arbeiðsmarknaðinum og síðan royna at nøkta tann tørvin, men framvegis varðveita frælsi hjá fólki at velja sína dreymaútbúgving. Eitt økið, ið tørvar eina yvirháling, eru fysisku karmarnir hjá Fróðskaparsetrinum. Setrið er deilt í ymisk hølir kring alla Havnina. Ein savnan av teim um ymsu deildunum á Setrinum hevði verið við til at skapt trivnað og eitt lestrarkent andarúm. Eisini eru núverandi trupulleikar við hølunum teir, at fleiri skúlastovur eru upprunaliga ætlaðar at vera skrivstovur og tí ikki eru hóskandi sum skúlastovur. Tó skal viðmerkjast, at tað ikki er skilagott at byggja ein høvuðsbygning til Setrið í núverandi støðu, tá byggivinnan er „um at kóka yvir“. Eitt annað, ið nakað skal gerast við, er úrvalið av framhaldslestri. Her meina vit við hægri lesnað. Vit hava eitt gott úrval av samfelagsligum útbúgv ingum í núverandi løtu, tó síggja vit, at úrvalið innan tøkniligar útbúgvingar ikki er heilt nøktandi. Vit fegnast sjálvandi um, at Fróðskaparsetur Føroya bjóðar útbúgving innan kt-verkfrøði og orkuverk frøði, men tøkni er eitt ógvuliga stórt øki. Eisini síggja vit, at tørvur er á serliga nógvum verk frøðingum í framtíðini. Tí halda vit, at Setrið skal bjóða fleiri útbúgvingar innan hetta økið, so sum
48
maskin- og byggiverkfrøði og aðrar náttúruvísinda ligar útbúgvingar. Í miðlunum seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um tørvin á fólki við handaligum útbúgvingum. Hetta er ein trupulleiki, sum nakað eigur at gerast við. Í dag er ikki óvanligt, at miðnámsskúlanæmingar fara út á skúlar at halda ein stuttan fyrilestur um miðnámsútbúgvingina. Tað er gott, at fólk fáa høvið at hoyra um møguleikarnar eftir fólkaskúlan, tó meina vit, at kunning um handaligar útbúgvingar manglar. Eisini halda vit, at fleiri, sum í roynd og veru høvdu verið betri egnað at tikið eina handaliga útbúgving, fara miðnámsleiðina, tí tað gera vinirnir. Tað er fínt at fylgja og vilja vera saman við vinum sínum, tó er hetta kanska ikki besta loysnin fyri framtíðina hjá tí einstaka. Vit meta tí, at próvtalsmark til upptøku á miðnámi er neyðugt. Hetta merkir ikki, at um próvtøl tíni frá fólkaskúlanum ikki eru nøktandi, so sleppur tú ikki inn á miðnám. Um próvtøl tíni liggja undir ásetta markið, so skal umsøkjarin sleppa til eina upptøkuroynd, sum skal endaliga avgera ivamálið. At enda meta vit, at eitt framtíðarmál hjá einum kappingarførum lestrarlandi eigur at vera, at út lendingar ynskja at koma til Føroya at útbúgva seg. Hetta gera vit við at bjóða útbúgvingar á enskum og marknaðarføra tað sum nakað heilt serligt at útbúgva seg í Føroyum. Allar hesar ætlanir fylgja tí leistinum, ið Framsøkin Ung ynskir, sum í stutt um er at styrkja kjarnuvælferðina og samstundis effektivisera hana á skynsaman hátt.
LØGTINGSVAL
H UNG FYRI MIÐFLOKKIN
„Hvussu fáa vit eina fult kapp ingarføra útbúgvingarskipan?“
Í
UfM hava vit ikki ta hugsanina, at føroyska út búgvingarskipanin er í kapping við Danmark og onnur lond. Størsti trupulleikin, sum vit hava viðvíkjandi útbúgving í Føroyum, er, at vit ikki geva øllum okkara ungu møguleikan at útbúgva seg heima, og tískil verða tey noydd at flyta av landinum fyri at lesa. Tey ungu halda, at tað er attraktivt at lesa á Fróðskaparsetrinum, og tí er tað eisini hørð kapping um at fáa eitt av teimum fáu plássunum har. Setrið fekk í summar 332 umsóknir til bachelorútbúgvingarnar, men harav fingu bert 227 eitt lestrarpláss. Serliga tær stóru útbúgvingarnar so sum sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, KT-verkfrøði og læraraútbúgvingin hava nógv fleiri umsøkjarar enn tøk lestrarpláss hvørt ár – upp til tvær til tríggjar ferðir so nógv. Hetta sigur okkum, at tey ungu vilja lesa í Føroyum, men tey hava bara ikki møguleikan, tí teirra dreymaútbúgving verður ikki boðin út á Setrinum. Tí skal hægsta politiska raðfesting verða at syrgja fyri, at Setrið kann bjóða fleiri útbúgvingar út. Hetta krevur fyrst og fremst eina økta fíggjarjáttan til Setrið, sum fyri 2019 kann vænta eina játtan á 106 milliónir krónir – hetta er bara umleið helvtin av upphæddini, ið Danmark brúkar uppá hægri útbúgving pr. borgara. Mann skuldi sett ein verk ætlanarbólk á stovn við politikkarum og serfrøð ingum, ið kundu gjørt eina menningarætlan fyri Fróðskaparsetrið (eins og mann gjørdi við heilsu verkinum í 2016). Sostatt skuldi mann fingið greiðu á, hvørjar útbúgvingar Setrið realistiskt sæð kann bjóða út, um Løgtingið gav eina nøktandi játtan.
Eisini skal mann verða betri til at samstarva við útlendsk fróðskaparsetur, soleiðis at betri møguleik ar verða fyri fjarlestri og at taka lutvísar útbúgvingar. Hendan stjórnin hevur heldur valt at hækka lestrarstuðilin til hægri útbúgving við tí fyri eyga at fáa fleiri at lesa í Føroyum. Hetta er tó eitt óhóskandi stig at taka, tí har er ikki prógv fyri, at lestrarstuðul er við til at eggja fleiri fólki at lesa. Hyggja vit eftir Danmark, sum veitir heimsins hægsta lestrarstuðul, so eru tey bara í miðjuni millum OECD-lond, tá tað kemur til tal av fólki við hægri útbúgving. Danmark er m.a. Aftan fyri USA, Bretland og onnur lond, ið ikki hava skattafíggjaða útbúgving og lestrarstuðul. Av fíggjarlógini fyri 2019 eru 55 milliónir settar av til lestrarstuðul til lesandi á hægri útbúgving í Føroyum. Høvdu vit heldur brúkt hesar pengarnar at hækka játtanina til Setrið og syrgt fyri at hækka undirvísingarstøðið og útboð av útbúgvingum, so hevði talið av lesandi í Føroyum óivað verið størri.
49
LØGTINGSVAL
Skráseting til Løgtingsval LUTTØKA ER ÁVIRKAN
NÆR SKAL SØKJAST
MFS vil tryggja limum okkara mest møguliga ávirkan á lestrarviðurskiftir í Føroyum. Tað er hugsjónin hjá MFS, at besta ávirkanin fæst við luttøku. Avgerðir verða tiknar av teimum, ið luttaka. Tí vil MFS heita á øll lesandi at luttaka á løgtingsvali og á tann hátt vera við, tá ið avgerðir verða tiknar.
Umsóknin, ið skal váttast av útbúgv ingarstovninum, skal verða móttikin og avgreidd í kommununi í seinasta lagi tríggjar vikur áðrenn valdagin. Summar kommunur taka ímóti umsóknum, ið er skannaðar inn og sendar teimum, um tað tekur ov langa tíð at senda um sóknina við posti. Tað er ymiskt, hvussu langa tíð tær ymsu kommunurnar brúka at avgreiða umsóknirnar, men umleið ein vika fer við málsviðgerðini. Hetta ber í sær, at les andi, ið vilja vera vís í at sleppa at atkvøða, eiga at senda umsóknina um upptøku á vallistanum í seinasta lagi 4-5 vikur áðrenn valdagin. Tað ber til at søkja um upptøku á vallistanum alt árið – óansæð um tað er valár ella ikki. Fyri ikki at koma í tíð arneyð, kann tað vera ein fyrimunur at senda umsóknina í góðari tíð. Á henda hátt verður bert eftir at avgreiða sjálva atkvøðuna, tá valið verður útskrivað. Mannagongdin at søkja um upptøku á vallista er tann sama, óansæð hvar í heiminum ein lesur.
LESANDI UTTANLANDS Í samband við løgtingsval í Føroyum hava føroyingar, staddir uttanlands í lestrarørindum, møguleika at luttaka á løgtingsvali umvegis brævatkvøðu. Áðr enn tað er gjørligt at atkvøða umvegis brævatkvøðu, skulu lesandi uttanlands søkja um upptøku á løgtingsvallistanum í teirri kommunu í Føroyum, har tey sein ast vóru skrásett í fólkayvirlitinum. Við umsóknini skal eisini vera ein lestrarváttan frá útbúgvingars tovn inum. Hevur tú lestrarkort, so kann hetta nýtast sum váttan. Tak avrit av kortinum og send tað inn við umsókn ini. Hevur tú ikki lestrarkort, mást tú fáa aðra váttan frá útbúgvingarstovn inu m. Á fleiri útb úgvi ngars tovnu m kann ein lestrarváttan prentast út frá tíni persónligu síðu á intranetinum hjá útbúgvingarstovninum. Ella tú setir teg beinleiðis í samband við útbúgvingar stovnin og biður um eina váttan. 50
AT VELJA Er ein ikki í Føroyum, kann ein senda brævatkvøðuna longu fýra mánaðir, áðrenn valið er. Tað er tó helst lættast at bíða, til allir vallistarnir eru klárir, so ein
veit, hvat er at velja ímillum. Er ein hin vegin í Føroyum, tá valið er (t.d. í summar feriu), so kann ein fara á valstaðið sjálvt at velja, um ein er á vallistanum. Ein skal bara hava prógv við. Vil ein senda brævatkvøðu úr Dan mark til føroyska valið, ber til at fara til somu støð, sum danskir borgarar brúka til donsk val. Fyri at brævatkvøða uttan fyri danska ríkið, skal ein møta á føroyskari ella danskari sendistovu ella konsulati. Í báðum førum skal tað vera við prógvi, t.d. eitt pass. Sendistovurnar ella konsulatini hava eitt pappír, ið ein skal skriva navnið (við tilskilan til flokkin, um viðkomandi er í einum flokki), flokkin ella bókstavamerkið hjá einum flokki, ið ein vil atkvøða fyri, á. Um tað er langt at fara til konsulat ella sendistovu, kann tað vera eitt hugskot at tryggja sær, at tey hava fingið pappírini sendandi, ið ein skal brúka til at atkvøða. Vanliga verða hesi send sendistovum/ konsulatum, tá seinasta freist at halda val nærkast, ella tá val verður útskrivað í ótíð. Tað ber til at senda fleiri brævatkvøð ur, eins og tað ber til at møta upp og atkvøða, um ein hevur sent eina brævat kvøðu. Ger ein tað, verður gamla brævat kvøðan tikin burtur áðrenn uppteljingina, og nýggjasta atkvøðan telur.
Umsókn um upptøku á vallista fyri føroyingar, ið búgva uttanlands NB. Umsóknir, sendar inn ov stutta tíð áðrenn valdagin, kunnu ikki roknast avgreiddar til valið. Sendast til: Fólkayvirlitið í seinastu Bústaðarkommununi
At útfylla av fólkayvirlitinum Valrættardagur Stempul
Dagur Sign.
1. Umsøkjarin, ið hevur fyribils tilhald uttan fyri Føroyar, søkir um upptøku á vallistan Øll fornøvn og millumnøvn:
Føðingardagur:
Eftirnavn: Bústaður uttanlands: Seinasti bústaður í Føroyum:
Fardagur:
2. Útbúgvingin uttanlands Heiti á útbúgvingini og útbúgvingarstaðnum
3. Aðrar upplýsingar
4. Undirskrift Skeiv skrivlig váttan kann eftir § 162 í revsilógini revsast við bót ella fongsul í upp til 4 mánaðir
________________________________ Dagur
Undirskrift
Hug at granska? Tú kanst fáa ráðgeving og stuðul til gransking frá Granskingarráðnum
www.gransking.fo
Tema
tema: Sálarfrøði EINGIN SÁLARFRØÐILIG HJÁLP TIL LESANDI Á FRÓÐSKAPARSETRINUM
56
58
STRONGD
tema: Lesisalar/umhvørvi 62
HVÍ ER TAÐ GOTT AT HAVA EITT GOTT STAÐ AT LESA?
tema: Álastevna 66
ÁLASTEVNA 2018
TEMA: SÁLARFRØÐI
SÁL:
EINGIN SÁLARFRØÐILIG HJÁLP TIL LESANDI Á
Fróðskapar setrinum S Maria Svabo Samuelsen Føroysk Sálarfrøðilesandi, forkvinna
56
um lesandi er lætt at gerast strongdur, kenna einsemi ella ótta. Tær mongu próvtøkurnar, óteljandi síðurnar, sum skulu lesast, uppgávurnar, ið skulu loysast, og tráðanin eftir tí góða próvtalinum eru tættir, ið saman kunnu gera, at gerandisdagurin hjá einum lesandi verður ov tungur ella strongdur. Sambært donskum kanningum kenna á leið helvtin av donskum lesandi seg strongd, og úrslit frá trivnaðarkanningini hjá Fróðskaparsetrinum fyri 2017 vísa harumframt, at yvir 67 % av teimum lesandi viðhvørt kenna seg strongd. Trupulleikin er tó, at tað á Fróð skaparsetrinum, har tað dagliga starvast fleiri enn 1000 fólk, eingin sálarfrøðingur er í starvi, og einki skipað samstarv er við sálarfrøðingar uttan fyri stovnin. Tískil hava tey les andi ikki møguleika fyri at venda sær til ein sálarfrøðing, ið kann veita skikkaða hjálp, um tey stríðast við eitt nú strongd, einsemi ella ótta í samband Í løtuni starvast tríggir lestrar vegleiðarar á Fróðskapar við lesturin. Og trupulleikin setrinum. Lestrarvegleiðararnir kunnu vegleiða lesandi gerst ikki minni av, at lestrar um eitt nú lesturin, próvtøkur, starvsynskir, útbúgving stuðulin í Føroyum er lágur í arstuðul, fakligt innihald og so framvegis. Teir veita eisini mun til kostnaðarstøðið. Nógv stuðul og hjálp við persónligum spurningum í sambandi lesandi eru av hesari orsøk við útbúgvingina, men taka ikki – og skulu undir ongum fíggjarliga sperd og hava tískil umstøðum taka – ábyrgd á seg um at vegleiða fólk um ikki møguleika fyri at finna sær álvarsligar persónligar ella sosialar trupulleikar. Ofta saman neyðugu hjálpina hjá einum bera vit okkum við grannalond okkara, og eitt nú í Svøríki og sálarfrøðingi. Danmark eru sálarfrøðingar í starvi á nærum øllum teimum lærdu háskúlunum, ið veita hjálp til tey lesandi, sum venda sær til teirra við ymsum sálarligum avbjóðingum. Í Danmark er tænastan ókeypis hjá teimum lesandi at nýta, og bíðitíðin er long, tí hvørt ár eru tað fleiri enn 5500 lesandi, ið venda
TEMA: SÁLARFRØÐI
Í Danmark er tænastan ókeypis hjá teimum lesandi at nýta, og bíðitíðin er long, tí hvørt ár eru tað fleiri enn 5500 lesandi, ið venda seg til sálarfrøðingarnar
seg til sálarfrøðingarnar. Hetta gevur eina ábending um, at tað er tørvur á eini slíkari tænastu í lestrarumhvørvinum, og ein kann ikki ímynda sær annað, enn at hetta ger seg galdandi á Fróð skaparsetrinum. Spurningur kann eisini verða settur við, um tað ikki eisini loysir seg fíggjarliga hjá samfelagnum at gáa um sálarheilsuna hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum, av tí at hetta væntandi kann fyribyrgja fráfalli millum tey lesandi, einum falli til próvtøkurnar ella at nógv lesandi verða seinkað í síni útbúgving. Hóast hetta kann kennast møtimikið, so er vón fyri framman. Í Heildarætl anini fyri sálarliga heilsu í Føroyum, sum Heilsu- og Innlendismálaráðið gav út á Altjóða Sálarheilsudegnum hin 10. oktober 2018, verður í teimum 39 tilmælunum greitt frá, hvørji átøk arbeiðisbólkurin mælir til at raðfesta komandi tíðina. Eitt av tilmælunum snýr seg um at gera eitt samstarv millum lestrarvegleiðarar og sálarfrøðingar, so at lesandi á Fróðskaparsetrinum eisini hava møguleika at fáa sálarfrøðiliga hjálp, um tørvur skuldi verið á tí. Arbeiðsbólkurin metir, at sálarfrøðiliga skipanin, sum nýliga varð sett í verk á miðnámi, har næmingar hava møguleika fyri trimum til fimm samrøðum við sálarfrøðing, við fyrimuni kann víðkast til at fevna um næmingar í framhaldsdeild og á Fróð skaparsetrinum. Í SÁL fegnast vit um og taka undir við hesum tilmælum og vilja við hesum heita á landsins fólkavaldu um at fylgja tilmælunum, so at lesandi á Fróðskapar setrinum ikki eru fyri sviðusoð viðvíkjandi møguleikanum at nema sær sálarliga hjálp í lestrartíðini.
Vegna nevndina í SÁL, lestrarfelagið fyri Føroysk Sálarfrøðilesandi
Maria Svabo Samuelsen, forkvinna 57
Strongd
TEMA: SÁLARFRØÐI
Dávur í Dali MSc Klinisk Sálarfrøði Reykjavík
ER STRONGD BARA TIL ÓNÁÐIR? Tað modernaða samfelagið setur okkum nógv krøv, sum byrja, tá vit eru børn, og enda ikki, fyrr enn vit enda. Tá ið krøv tykjast ov torfør, kunnu vit merkja nakað, sum kallast strongd. Strongd hevur ringt orð á sær, og nógv halda kanska, at okkara lív helst skulu vera so strongdarleys sum gjørligt. Hetta ringa umdømið er kanska ikki ringt at skilja. Tey flestu uppliva av og á, at strongd er til ónáðir – t.d. tá ið vit skulu til próvtøkur, hava torførar uppgávur í starvinum ella skulu framføra fyri fólki. Strongd í lítlum nøgdum er óbehagilig – men ikki endiliga skaðilig. Strongd yvir longri tíð kann tó vera beinleiðis skaðilig fyri heilsuna. Strongd er tískil óynskilig í summum støðum, skaðilig um hon varðar ov leingi, men hon kann í veruleikanum eisini vera sera gagnlig í smáum nøgdum – enntá lívsneyðug.
HVAT ER STRONGD?
og nógvum dýrum, tá ið vit uppliva ein vanda. Hendan ketuandgerðin kann samanberast við eina innbygda skipan í likaminum, sum leitar eftir vanda, og sum ger nakrar broytingar í likaminum, tá ið vandi er til staðar, soleiðis at vit best kunnu handfara vandan. Hendan skipanin er tíverri ikki fullkomin. Stutt sagt vil hon heldur ovmeta ein vanda enn at undirmeta ein vanda. Hon vil heldur fara frá ov ofta enn eina ferð ov sjáldan. Orsøkin til tað er, at hon má vera so skjót sum gjørligt, soleiðis at vit kunnu reagera skjótt við vandar. Vansin við hesi skjótu ferðini er, at hon eisini er óneyv. Hon kann hjálpa okkum t.d. tá ið ein bjørn rennur eftir okkum, men hon kann eisini fara í gongd uttan nógva nyttu, tá ið vit skulu til eina torføra próvtøku, ella tá vit hyggja at einum óhugnaligum filmi. Fer hendan skipanin ov ofta í gongd, og er hon ov leingi frá, so er hon tíverri sera óbehagilig og eisini beinleiðis skaðilig fyri likamið.
Sagt so einfalt og stutt sum gjørligt, so er strongd orsakað av einari ketuandgerð, sum hendur í kroppinum hjá menniskjum
Strongd er tískil óynskilig í summum støðum, skaðilig um hon varðar ov leingi, men hon kann í veruleikanum eisini vera sera gagnlig í smáum nøgdum – enntá lívsneyðug
59
TEMA: SÁLARFRØÐI
Fyri at lýsa akkurát hvussu strongd virkar, kann vera gagnligt at lýsa tað út frá einum dýri. Dýrini verða ikki strongd av kompleksum tingum sum próvtøkum ella framførslum – tað, sum gevur teimum strongd, er nógv einfaldari, men tað er størst sæð tann sama skipanin, sum fer í gongd hjá bæði dýrum og menniskjum, tá ið vandi er til staðar. Ímynda tær eina haru. Hon er á einari fløtu umgyrd av grasi, og hon hevur tað gott. Brádliga sær hon nakað, ið líkist eini ørn, sum kavar niður uppi yvir sør. Sansirnir senda hesar upplýsingarnar til heilan á haruni, og hann brúkar ikki nógva tíð at hugsa, um hetta nú veruliga er ein ørn ella ikki. Heilin avger umgangandi, at hetta kann vera hættisligt, og tá byrjar ketuandgerðin. Í blóðið fara hormonir, sum gera allan kroppin kláran til at reagera upp á vandan. Hjartaslátturin og andadrátturin økjast, og blóðið streymar út í vøddarnar frá restini av kroppinum, so at hann er klárur at reagera skjótt. Øll uppmerksomheitin er nú á vandanum, og eyguni og oyruni spíla seg út fyri at fylgja við honum. Møguleikarnir í støðuni eru: at berjast, at flýggja og at frysta. Haran spelar avstað og megnar at renna undir eitt træ. Komin undir træið sær hon, at tað, ið hon helt vera eina ørn, veruliga var eitt blað, sum feyk í vindinum. Óansæð hvat vandin veruliga var, so upplivdi hon, at vandi kundi vera til staðar. Strongdin í hesum førinum var stutt og kann barga henni, tá ið hon heldur seg síggja eitt ránsdýr. Um ein leyva brádliga var nærhendis tær, so hevði sama ketuandgerðin farið í gongd í tínum kroppi. Hormonir høvdu farið út í blóðið, sum gera, at blóðið fer frá innvølunum og út í vøddarnar. Tú hevði antin barst, flýggjað ella fryst. Munurin millum okkum og haruna er, at fyri haruna hevur tað onki at siga, hvat aðrar harur halda um seg, og hon brúkar ikki tíð at hugsa um, hvat aðrar harur hugsa um seg. Umframt at ræðast kropsligar avleiðingar, so ræðast menniskju eisini kompleks ting sum til dømis ímyndaðar vandar og sosialar avleiðingar. Okkara tilvera kann blíva sera torfør, um vit ikki hava bústað, starv, vinir o.s.fr. Vit ræðast avleiðingarnar, tað kann hava, um vit ikki hava hesi tingini ella ikki megna tað, ið 60
Munurin millum okkum og haruna er, at fyri haruna hevur tað onki at siga, hvat aðrar harur halda um seg, og hon brúkar ikki tíð at hugsa um, hvat aðrar harur hugsa um seg
vit vilja megna. Tá vit hugsa um alt tað ringa, sum kann henda, hevur tað júst somu ávirkan á kroppin, sum eitt vandamikið dýr kann hava á haruna. Hormonir fara út í blóðið, hjartaslátturin og andadrátturin økjast, og blóðið streymar út í vøddarnar frá restini av kroppinum. Um vit ikki sleppa burtur frá vandanum, ikki fáa loyst vandan ella áhaldandi uppliva ymiskar vandar yvir longri tíð, kann hendan skipanin, vit hava í likaminum, gerast heilsuskaðilig fyri okkum. Tíbetur er strongd ikki ein stórvegis trupulleiki fyri tey flestu. Tey flestu eru strongd av og á í stutt tíðarskeið og merkja ongar stórvegis keðiligar avleiðingar av hesum. Fyri summi er tilveran tó tíverri meira strongd enn fyri onnur. Summi seta sær sera høg krøv. Summi ímynda sær regluliga alt tað ringasta, ið kann henda, um tey ikki megna uppgávuna, sum liggur okkum fyri hendi. Summi sannføra seg sjálv um, at onkur útbúgving, okkurt starv ella onkur persónur er lívsneyðugur fyri seg. Á henda hátt kunnu vit gera tað ógjørligt fyri okkum at ikki vera strongd. Einfaldasta uppskriftin at minka strongd er at sova væl, eta sunt, tosa við síni nærmastu um stúranir og ikki seta sær sjálvum ov stór krøv. Ongin klárar seg altíð líka væl, og øll standa seg illa av og á í ymiskum. Er strongd ein áhaldandi trupulleiki, so kann vera neyðugt at tosa við ein sálafrøðing ella ein lækna um trupulleikan.
Lestrarbústaðir Finsen: 33 íbúðir Næmingaheimið undir Fjalli: 36 kømur Studentaskúlaheimið í Berjabrekku: 16 kømur
Vit hava útvið 250 góðar og nútímans leigubústaðir kring alt landið. Harav eru 85 lestrarbústaðir í Tórshavn. Øll tey, ið eru áhugaði í møguleikanum at leiga ein lestrarbústað, skulu gerast limir hjá Bústøðum og viðmerkja, at tey ynskja ein lestrarbústað. Um tú longu ert limur hjá Bústøðum, set teg so í samband við okkum fyri at tryggja tær, at tú hevur frámerki sum lesandi. Á heimasíðu okkara er nærri kunning um lestrarbústaðirnar, har tú kanst síggja myndir, tekningar og kunna teg um leiguprísirnar.
TREYTIRNAR ERU, AT TÚ ERT
TEKNA TEG SUM LIM
ERT TÚ LONGU LIMUR
· limur hjá Bústøðum · undir útbúgving, ið er góðkend til at geva lestrarstuðul ella · lærlingur við lærlingaløn
umvegis heimasíðu okkara, og tú kemur á bíðilistan til lestrarbústaðir.
so set teg í samband við okkum og tryggja tær, at tú ert skrásett/ur á bíðilistanum til lestrarbústaðir.
Yviri við Strond 6 Postsmoga 215 110 Tórshavn
Tel. +298 401000 bustadir@bustadir.fo www.bustadir.fo
TEMA: LESISALAR/UMHVØRVI
Hví er tað gott at hava eitt gott stað at lesa? T Borgný Súsonnudóttir Hansen Audiologopædi, á Københavns Universitet
62
á eg byrjaði at lesa, las eg nógv heima. Eftir eina tíð byrjaði eg at seta meg á kafé og bókasavn at lesa, tí at eg føldi ikki, at eg fekk savna meg um míni skúlating, meðan eg sat heima. Tey flestu kenna tað nokk: nú kundi mann gott nokk eisini ruddað íbúðina, vaska klæðir ella hugt at nýggj asta partinum av eini sjónvarpsrøð; sum oftast er tað ein sjónvarpsrøð fyri mítt viðkomandi. Sum heild haldi eg, at tað er best at fara heimanífrá, tá mann skal gera skúla ting. Sjálv royni eg altíð at fáa øll míni skúlating gjørd, meðan eg eri í skúlan um, so at eg kann hava frí, tá eg komi heim. Hetta ger, at eg havi meira tíð til frítíðarítriv og vera saman við vinfólki. Tá eg byrjaði upp á at finna onnur støð at gera skúlating, sat eg ofta á kafé. Men so við og við byrjaði eg at sita meira og meira á bókasavni. Grundin til hetta er, at á bókasavninum vóru fleiri lesandi,
sum høvdu sama endamálið sum eg: gera skúlating. Hetta haldi eg vera meira motiverandi. Á kaféini vóru endamálini jú blandað, onkur las, men fleiri sótu heldur og prátaðu og hugnaðu sær. Nú eri eg oftast á bókasøvnum úti á KUA, har eg eisini gangi í skúla. Eg haldi eisini, at tað er gott at variera tað eitt sindur eisini, so eg havi trý ymisk bóka søvn á skúlanum, sum eg brúki. Og so ikki at gloyma, at kaffi kostar nógv minni enn á kafé. Nú er tað heldur ikki soleiðis, at tað ikki er gott at sita heima og lesa, tað kann saktans vera líka gott. MEN fyri meg er tað gott at hava eitt gott stað at lesa, tí tað gevur mær struktur og motivatión.
TEMA: LESISALAR/UMHVØRVI
KØBENHAVNS UNIVERSITETSBIBLIOTEK (KUB) SØNDRE CAMPUS (AKA. KUA)
Borgný: 4 av 5 uglum Hevur 3 hæddir, har 3. hædd er ‘stille zone’. Á hinum hæddunum er tað ikki krav, at ein skal vera stillur, men tað er sum heild sera friðarligt á KUB. Tað er eisini møguligt at bíleggja bólkarúm. Um ein ynskir at prenta okkurt, so er hetta eisini møguligt. Sjálvt um kaffi ikki kann keypast á KUB (vansi), so er bíligt kaffi 5. min vekk á universitetinum, sum
er rundan um bókasavnið – men tað er (tíverri) neyðugt at fara út at fáa sær kaffi. Tað eru stór vindeygu, so tað er sera ljóst í dagstímunum. KUB hevur skiftandi upp- og aftur latingartíðir, men er opið hvønn dag. Upp- og afturlatingartíðir variera eftir tíðarskeiði – í royndartíðarskeiðum er altíð opið longur.
HEIMA
Turið: 2 av 5 uglum
Úti gott men heima best, ha? Ella… Til ber at gera sítt egna kaffi, og fáa sær eta tá man hevur hug. Men - tað ber eisini til at fáa sær ein lúr tá man
hevur hug, ella at hyggja eftir 15 partum av The Office. Eg persónliga eri ikki fan. Haldi ikki eg havi disciplin til at lesa heima. 63
TEMA: LESISALAR/UMHVØRVI
BÓKASAVNIÐ Á ROSKILDI UNIVERSITETI, RUB CBS – SOLBJERG PLADS
Helena: 4 av 5 uglum Umframt at hava góð sitipáss, eru eisini heingjukoyggjur og teppir á RUC. Ja fordómanir spýrast ikki úr ongum. Beint við bókasavnið liggur studentarhúsið, har ein stórur koppur av kaffi kostar kr.10 og ein øl/cider kr.30. Tò skal sigast at tað tekur góðar 45 min. til 1 tíma at koma á RUB.
Tummas: 3 av 5 uglum Stóran kaffi fyri 15 kr. Ikki altíð so friðaligt, serliga tá hurðin gongur. Stólar og borð eru ikki av tí besta. Hóast hetta er góð atmosfera til at arbeiða.
KUA2
Turið: 4 av 5 uglum Nógv ymisk lesipláss til einhvønn tørv. Friðaligir krókar, og góð bólkarúm. Her er opið alt døgnið, og KUA liggur tætt við Oyrasundskollegie. Fjølbroyttar kantinur, ið ikki kosta ov nógv, og kaféin er opin til kl 21. Kaffi kostar 10 kr, og tað ber til at keypa sær panini, um man gerst svangur um kvøldið.
64
sansir.fo
KOM OG LES
: EISTIR R F R A N UMSÓK : 15. APRÍL 2 KVOTA : 1. JULI 1 KVOTA
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA LES MEIRA Á SETUR.FO
TEMA: ÁLASTEVNA
Álastevna 2 22
0
– 23. september skipaði føroyingafelag ið í Aalborg fyri føroyskari mentanar stevnu í Aalborg í samband við 40 ára hátíðar hald felagsins. Føroyingafelagið ynskti at halda eina stevnu, har føroysk mentan og list varð sett í hásæti. Tískil arbeiddi sjálvbodna nevndin fyri at fáa so nógv sum møguligt við tilknýti til Føroya at luttaka á stevnuni. Fjølbroytta skráin var báðar dagar frá kl. 10.00-18.00 bæði inni og úti í garðinum í Huset i Hasserisgade í Aalborg. Harafturat høvdu stevnugestir møguleika at keypa sær forkunnugan mat úr føroyskum rávørum, sum dugnaligi kokkurin Birgir Due Sørensen Dalfoss hevði tilgjørt. Aalborg og Fuglafjørður eru vinabýir, og tí var tað bæði eyðsætt og ein sannur heiður at fáa Sonna í Horni, borgarstjóra í Fuglafjarða Kommunu, at seta stevnuna. Vegna veður varð setanin eitt sindur seinkað, og summir stevnu gestir skemtaðu, at veðrið mundi verið bílagt úr Føroyum. Sonni helt síðani eina framúr talu, har ið hann bæði mintist aftur á tíðina, tá ið hann sum óviti sat og lurtaði eftir jólaheilsum
66
1
8
úr Danmark og Grønlandi, greiddi frá tøkniligu menningini og vísti síðani á týdningin á einum føroyingafelagi í útlondum. Sonni helt fyri, at føroyingafelagið var grundvøllur føroyinga, har ið føroyingar kundu leita til, tá ið teimum tørvaðu ein støðg frá tí nýggja og tí stóra. Aftrat tí var eitt føroyingafelag samstundis eitt stað, har føroyingar kundu tosa egna mál sítt og gleðast saman um føroyskan tónleik og sið. Eftir Sonna fekk 2. varaborgarstjóri í Aalborg Kommunu, Nuuradiin Husein, orðið. Nuuradiin kom brosandi á pallin og greiddi frá, at hann í samband við seinkingina hevði frætt um føroyska tíð. Hann segði seg kenna seg væl í hesum høpi, tí føroysk og afrikonsk tíð ikki vóru heilt ólíkar. Nuuradiin ynskti síðani føroyinga felagnum til lukku við 40 ára hátíðarhaldinum og rósti felagnum og limum felagsins fyri at halda fast við mentan og sið hóast at vera búsitandi í Danmark. Nuuradiin tosaði eisini um vinaskapin millum Aalborg og Fuglafjørð, sum hevur varað síðan 1987, og segði seg ein dag vóna at verða boðin til Føroya.
67
TEMA: ÁLASTEVNA
MARKNAÐARBÁSAR OG FERNISERING Á stevnuni ynskti føroyingafelagið, at føroysk mentan og list skuldi vera í hásæti. Tískil bjóðaði Álaborg ein staklingum og fyritøkum við tilknýti til Føroya á stevnuna. Hesi høvdu marknaðarbás, har ið tey kundu selja og marknaðarføra dygdarvørur sínar til stevnugestirnar. Rannvá í Baianstovu (www.faroesefashion.com) , Gunnar Larsen, Hanna Opstrup Neshamaer (@ OpneshDesign) og Maria Frederiksen (Hey-Kur á Facebook) seldu bundnar, vovnar og heklaðar vørur. Lene Kloch seldi glaslist, Nils Fríðheim (@nfridheim) tekn i ng a r og málningar, Majken Sakarisdóttir (@Lundalív) málningar, plakatir og málaðar steinar, og Anja Finsdóttir Collin (www.anjacollin.com) seldi teknibøkur, smúkkur, myndprýði og postkort. Joel Cole ferðaðist niður til Aal borg fyri at hava fernisering á loftinum í Huset. Harafturat høvdu stevnugestir møguleika at royna og keypa føroyskar fiskavørur frá teimum lokalu Norðfra.
FØROYSKUR DANSUR Dansifelagið Fótatraðk sló ring bæði leygardag og sunnudag á Álastevnu. Dugnaligu og garvaðu skipararnir úr dansif elagnu m í Keypmannahavn megnaðu at fáa øll upp í ringin – bæði 68
ung sum gomul og føroyingar sum onnur við øðr um uppruna. Tey, sum høvdu fylgt við á heimasíðu okkara ella á Facebook tiltakinum, høvdu eisini havt møguleika at venja seg tey frammanundan valdu kvæðini. Tann føroyski dansurin var sostatt ein rungandi succes báðar dagar og eisini eitt prógv fyri, at føroyingar í Norðurjútlandi skulu endurstovna tað føroyska dansifelagið.
FYRILESTRAR OG FILMSÝNING Á stevnuni høvdu vit tveir fyrilestrarhaldarar, Daniel Vígdá-Rieck og Sámal Tróndur F. Johansen. Daniel er uppvaksin í Hvidovre saman við føroysku mammu síni og danska pápa sínum. Hann lesur til dagligt jura á Aalborg Universiteti og er politiskt aktivur hjá Konservativ Ungdom. Á stevnuni helt hann ein objektivan fyrilestur um grindadráp, sum fevndi um alt frá søguni handan grindadráp, hvussu
TEMA: ÁLASTEVNA
drápið fer fram og greiddi frá teimum ymsu sjónarhornunum og spurning unum, sum verða settir í samband við grindadráp. Eftir fyrilesturin varð eggjað til kjak, og tað vóru fleiri í fulla salinum, sum tóku av møguleikanum at koma við spurningum og meiningum. Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum, helt tveir søguliga áhugaverdar fyrilestrar á Álastevnu. Tann fyrsti fyrilesturin varð hildin fyri fullsettum sali um Pól á Látrinum av Eiði, sum í 1836 skrivaði ferðafrásøgn á ferð síni ígjøgnum Danmark, har ið hann hitti áhugaverdar søguligar persónar. Seinni fyrilestur Sámalar var um stríðið um makt og leysingabørn millum ógiftu arbeiðsgentuna Dortheu Wenningsted og Føroya løgmann í 1788. Ein søguligur fyrilestur, sum eisini lærdi okkum, hvussu nógva makt løgmaður hevði, og hvussu lítla makt kvinnur í hesi tíð høvdu. Leikstjóri og Geytavinnarin, Andrias Høgenni, sýndi feskastu føroysku stutt filmarnar á stevnuni. Álaborg hevur áður samstarvað við Andrias og visti tískil, at áhugin fyri føroysku filmsvinnuni er sera
stórur í Aalborg. Hetta varð enn eina ferð prógvað undir stevnuni, tá ið mong fólk møttu upp til báðar sýningarnar leygardag og sunnudag.
SUNNUDAGSSKÚLI OG GUDSTÆNASTA Sunnudagin skipaðu stigtakararnir handan sunnudagsskúlan í Álaborg fyri sunnudagsskúla á Álastevnu. Tað vóru yvir 30 børn, ið møttu upp og hoyrdu um Jónas og hvalin. Eftir søgu og sunnu dagssangir fóru børnini at tekna tað, ið tey høvdu lært, og at enda fingu øll ein køkubita og sluppu í hoppiborgina úti í garðinum. Seinnapart varð gudstænasta hildin á stevnuni. Lisbeth Solmunde Michelsen, føroyski presturin í Aalborg, helt guds tænastu fyri 44 stevnugestum, og Marner av Lofti spældi nøkur løg.
KONSERTIR Føro ysku country-sangarinnu rna r, Evi Tausen og Jessica Hallursdóttir, sum nýliga vóru fluttar til Danmarkar, høvdu sligið seg saman við vinmann inum Marner av Lofti og spældu eina fantastiska og sansaliga konsert á Ála stevnu. Tað vóru ikki bert føroyingar, ið høvdu leitað sær til konsertina, men eisini fleiri limir í Aalborg Country Music Club. Stevnugestirnir vóru sera væl nøgdir við hesa fullsettu sitikonsert. Hiphop-bólkurin Swangah spældi eis ini á Álastevnu 2018. Swangah hevði spælt á náttklubbum í Føroyum alt vikuskiftið, so hetta var ein heldur øðr vísi konsert eitt sunnukvøld kl. 17.00. Hóast hetta vóru øll (eisini nøkur børn) í sera góðum lagi og sungu við til allar tær kendastu linjurnar. Og við Swangah endaði 40 ára hátíðarhald felagsins á Álastevnu 2018. 69
LestrarlĂv
72
A-KASSI – HVÍ SKAL EG MELDA MEG INN?
73
JOBMATCH
74
EN-DI-LIGA? TÁ TÚ VERÐUR LIÐUG AT LESA
76
GAKK FYRSTU STIGINI Á GRANSKARALEIÐINI
AT LESA Í MOSKVA
78 80
HEILSUVERKIÐ MÁ RAÐFESTAST
TIL MÁLLÆRU Í JORDAN
82
84
SKIFTISLESTUR
86
UTTANLANDS: FINN TÍTT FELAG
FØROYAFRÁDRÁTTUR
88
LESTRARLÍV
A-kassi
– HVÍ SKAL EG MELDA MEG INN?
T
að eru fleiri fyrimunir við at melda seg í ein a-kassa longu, meðan tú ert lesandi. Ert tú undir 30 ár og lesandi, og hevur minst eitt ár eftir av útbúgvingini, er tað ókeypis at vera limur. Vanligi kostnaðurin er annars um 400-500 krónur um mánaðin. Eftir at hava verið limur í eitt ár, hevur tú rætt til at fáa dagpening útgoldnan fyrsta dagin eftir loknan lestur, skuldi tað hent seg, at tú ikki fært starv beinanveg. Hendan upphæddin liggur um 14.000 kr. Tú kanst tískil fáa útgoldið dagpening
Turið Jónleyg Johannesen Læknalesandi Keypmannahavn
Fyri at fáa ókeypis A-kassa skalt tú: ›› vera lesandi og undir 30 ár ›› lesa á eini útbúgving, ið gevur minst 90 ECTS-stig ›› ikki móttaka aðra almenna forsorg
MA
›› búgva í Danmark
AM ASE
ESA
K
72
Ert tú lesandi og eldri enn 30 ár, kanst tú eisini fáa ókeyps a-kassa. Tú skalt bara: ›› hava verið limur í A-kassanum í eitt ár, meðan tú arbeiddi, áðrenn tú byrjaði at lesa ›› hava minst eitt ár eftir av útbúgvingini ›› rinda í eina eftirlønarskipan ella hava møguleikan at rinda í eina ›› í hægsta lagi vera limur uttan at gjalda í 5 ár
fa Kri afir
AC
›› ikki hava inntøku hægri enn maksimalu dagpengaupphæddina (226.391 kr um árið í 2019)
uttan, at tú nakrantíð hevur goldið eina krónu til a-kassan. Meldar tú teg ov seint inn í a-kassan, og tú ikki fært starv beinanvegin eftir loknan lestur, fært tú ikki dagpening fyrsta mánaðin. Umframt fáa dagpengar eru eisini aðrir fyrimunir við at melda seg í ein a-kassa. Tú fært m.a. ókeypis starvsvegleiðing eins og ókeypis fyrilestrar og workshops, har tú lærir at skriva CV, at skipa tín LinkedInvanga, og hvussu tú ber teg at til starvs setanarsamrøður.
CA
›› vera í gongd við eina SUheimilaða útbúgving ›› ikki hava inntøku hægri enn maksimalu dagpengaupphæddina (226.391 kr um árið í 2019)
LESTRARLÍV
JOBMATCH Á HVØRJUM ÁRI VERÐUR SKIPAÐ FYRI JOBMATCH. JOBMATCH ER EIN MØGULEIKI HJÁ LESANDI AT MØTA FØROYSKUM FYRITØKUM Á EIN MEIRA ÓFORMELLAN HÁTT, OG Á HENDAN HÁTT FÁA INNLIT Í STARVSMØGULEIKAR Í FØROYUM.
Turið Jónleyg Johannesen Læknalesandi
E
ndamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda samband ið millum føroyskar fyritøkur og stovnar, føroyingar undir hægri lestri og nýútbúgvin. Í fjør bleiv málbólk urin víðkaður til eisini at fevna um fólk við royndum á arbeiðsmarknaðinum. Tað vil siga fólk, sum eru í starvi, men eru áhugað at kunna seg um nýggjar starvsmøguleikar. Hetta verður gjørt fyri at tryggja framhaldandi vøkstur og menning av tí føroyska samfelagnum.
Keypmannahavn
Ætlanin er, at hetta millum annað skal gerast við at „matcha“ tann tørv, ið fyritøk urnar og stovnar hava, við tann førleika, ið okkara vitanartilfeingi hevur. Hugskotið er tískil at skipa fyri einari starvstevnu, har ið føroyskar fyritøkur og stovnar hava møguleika at marknaðarføra seg yvirfyri hesum málbólkinum. Somuleiðis er endamálið at skapa áhuga millum lesandi fyri at søkja størv, starvslærupláss ella uppgávuevnir til verkætlanir hjá hesum fyritøkum og stovnum.
73
EN-DI-LIGA? Tá tú verður liðug at lesa
74
LESTRARLÍV
AT VERA LESANDI ER EIN SAMLEIKI. TEY FLESTU LESA Í FIMM, KANSKA SEKS ÁR. NÓGV HALDA TAÐ VERA BESTA TÍÐARSKEIÐ Í LÍVINUM. TÁ TÍÐARSKEIÐIÐ ENDAR, TÁ SAMLEIKIN SUM LESANDI KNAPPLIGA VERÐUR BURTUR, STANDA NÓGVIR SPURNINGAR ÓSVARAÐIR. SUMMI HALDA, AT TAÐ ER EIN FANTASTISK KENSLA. ONNUR HALDA, AT TAÐ ER EIN TÓM KENSLA.
T
ú ivast kanska í, um tú fært nakað arbeiði? Hevur tú spart nóg nógv sam an til at bíða eftir rætta arbeiðinum? Tú vilt royna at búgva nøkur ár aftrat í Danmark, men vil eisini búgva í Føroyum? Tað hevur týdning at vita, at tað er munur á at búgva í Danmark og Føroyum. Tað eru fyrimunir og vansar. At flyta innbúgv til eitt annað land kostar pengar. Um tú skalt flyta bil til Føroya, so kostar tað meira enn tú heldur. Tað er bústaðartrot í Føroyum. Ert tú til reiðar at flyta inn til foreldrini aftur? Arbeiðsloysið er lágt. Tað kann vera, at tú mást bíða nøkur ár eftir tínum dreymastarvi. Tá tað er sagt, so er sannlíkt, at øll í tínari familju búgva í Føroyum. Tað er fólkavøkstur. Fleiri ung flyta heim. Kanska eru tíni vinfólk longu flutt heim eftir loknan lestur. Hevur tað týdning fyri teg at vera í sama landi sum tey, tú ert uppvaksin saman við? Hvussu við pengunum? Finn útav, hvar tú flýtur. Hvussu langt ert tú frá at keypa hús
ella íbúð? Mann plagar at siga, at tað er krav at hava 10% í eginfígging. Kanna húsa- ella íbúðarprísirnar har, sum tú vilt búgva og vita, um tú hevur 10% ella nær tú væntar at hava 10% í eginfígging. Tá finnur tú eisini útav, um tú vilt leiga ella keypa, um tú hevur uppsparing, lítla ella stóra skuld. Øll hesi viðurskiftini eru góð at skriva sær niður. Tosa við tíni nærm astu um, hvat er gott at gera. Tað er eisini gott at fáa eina óhefta áskoðan frá tínum kundaráðgeva í bankanum. Tað kann vera trupult at fáa pengarnar at passa, tá tú ert lesandi. Men klárar tú teg ígjøgnum útbúgvingina uttan lán og enntá við uppsparing, so ert tú væl á veg at fáa eina góða fíggjarliga byrjan á lívið eftir lestur. Minst til: Tað finst eingin pakkaloysn til tín, tá lestrartíðin er av. Kanna møguleikarnar í mun til tín tørv, ynski, mál og dreymar. Í síðsta enda eru avgerðirnar tínar.
Um Liljuna ›› 26 ár ›› Leiðari í Betri Ung ›› Arbeitt í Betri, síðan hon var 19 ára gomul ›› Hevur bankaútbúgving, leiðsluskeið og er í gongd við eftirútbúgving innan fíggjarliga ráðgeving
›› Býr úti á Rógvu í Vestmanna við makanum, Fríðálvi, og soninum, Ára ›› Skal giftast í juni mánað í 2019 ›› Spælir hondbólt við VÍF. Bleiv fyrstu ferð føroyameistari í kvinnudeildini í 2018 ›› Í 2015 skoraði hon 205 mál upp á eitt kappingarár, sum er met í kvinnudeildini. Nummar tvey skoraði 162 mál tað árið.
75
LESTRARLÍV
GAKK FYRSTU STIGINI Á
granskara leiðini HUGSAR TÚ UM AT ARBEIÐA SUM GRANSKARI EFTIR LOKNAN LESTUR? ALSAMT FLEIRI FØROYINGAR GRANSKA, OG STARVSMØGULEIKARNIR ØKJAST. TALIÐ AV FÓLKI, SUM VERÐA SETT Í STARV Á FRÓÐSKAPARSETRINUM, ØÐRUM ALMENNUM GRANSKINGARSTOVNUM OG Í VINNUFYRITØKUM, ER ØKT MUNANDI SEINASTU TÍGGJU ÁRINI. TAÐ ERU EISINI NÓGVIR FØROYINGAR, SUM ARBEIÐA SUM GRANSKARAR UTTANLANDS.
MENN TÍTT NETVERK
Annika Sølvará Cand. mag. í enskum og søgu Stjóri í Granskingarráðnum
76
Ætlar tú tær at verða granskari, so er skilagott at fyrireika teg uppá hetta so tíðliga í lestrinum, sum til ber. Finn tær eitt evni ella øki at hugsavna teg um og bygg tær eitt netverk av fólki, sum tú kanst samstarva við komandi árini. Evnið kann vera eitt, sum altíð hevur havt tín áhuga, men tað kann eisini vera eitt, sum tú fært til uppgávu at arb eiða við eftir ráðum frá einum gransk ara á universitetinum, ella eitt evni, sum universitetið leitar eftir fólki til. Tað eru minst líka nógv, ið velja evni, tí møguleikin býðst, sum tey, ið velja av brennandi áhuga. Tú kanst menna títt netverk við at arbe iða í bólkum í lestrartíðini. Tú
kanst arbeiða sum undirvísingar- ella granskingarhjálpari t.d. saman við veg leiðarunum til høvuðsuppgávuna og við onkrum ph.d.-lesandi. Tú kanst fara á eitt annað universitet í eitt skiftisár, har tey eru serfrøðingar í tí, sum hevur tín granskingaráhuga. Tað eru fleiri stuðuls skipanir, sum kunnu brúkast til hetta, t.d. NordPlus og Erasmus +. Tá tú ert komin í gongd á gransking arleiðini, er tað munandi lættari at fara í onnur lond við Marie Curie flytføris skipanini, um tú longu hevur royndir og sambond at byggja víðari á.
PH.D.-ÚTBÚGVING EITT KRAV Skalt tú vera granskari, so er ph.d.-út
LESTRARLÍV
Á gransking.fo ber til at lesa ymisk góð ráð, hvat krevst fyri at fáa fíggjarligan stuðul til eina ph.d.verkætlan. Til ber eisini at skriva til Granskingarráðið á gransking@gransking.fo. Árliga umsóknarfreistin til stuðul til gransking er 15. februar. Í Heilagrunninum á gransking.fo eru savnað fleiri enn 400 fólk, sum eru granskarar, granskaralesandi ella fólk, sum hava arbeitt við gransking áður. Ein Facebook-bólkur er eisini, sum kallast Føroysk ph.d.lesandi.
Fígging til eina ph.d.-verkætlan kann fáast ymsastaðni, til dømis frá universitetum, granskingargrunnum og frá fyritøkum
búgving næsta stig eftir lokna kandidat útbúgving, annaðhvørt beinanvegin ella nokk so skjótt aftaná. Ein ph.d.-útbúgving er ein skipað granskingarútbúgving, ið er sett saman av gransking, luttøku á ráðstevnum, skeiðum og undirvísing. Mest vanliga longdin er trý ár. Tá er talan um eina samanseting av bachelor, master og ph.d., tað er 3+2+3 ára útbúgving. Aðrir møguleikar eru 4+4 og 3+5, har master og ph.d.-parturin eru samantvinnaðir. Ein ph.d.-útbúgving verður í norður
londum oftast skipað sum ein verkætlan, har tann ph.d.-lesandi verður settur í starv. Í Stórabretlandi er skipanin øðrvísi, har talan er um framhaldslestur. Fígging til eina ph.d.-verkætlan kann fáast ymsa staðni, til dømis frá universitetum, granskingargrunnum og frá fyritøkum.
FLEIRI GRANSKARAR AT SAMSTARVA VIÐ Í 2018 vóru í minsta lagi 13 føroyingar, sum vardu eina ph.d.-ritgerð, í 2017 vóru
10 nýggir ph.d.-arar. Fleiri av hesum ph.d.-lesandi fingu stuðul úr Gransk ingargrunninum. Tilsamans hava í øllum førum 220 føroyingar nú lokið ph.d. ella doktaraprógv. Ein av teimum, sum disputeraði í 2018, er Bjørt Katrinardóttir Kragesteen. Hon granskaði á Max Planck Institute for Molecular Genetics í Berlin í Týsklandi. Hon brúkti gentøkni at granska mýs fyri betri at skilja mutatiónir á embryo-støði, sum føra til vanskapan av ørmum og beinum á fólki. Ein annar er Hans Harryson, sum var innskrivaður á Fróðskaparsetrinum og Aarhus Universitet. Hann granskaði námsfrøðiliga partin í læraraútbúgv ingum í Noregi, Danmark og Íslandi. Á Havsbrún luku tveir ph.d.-prógv dag um dag í desember 2018. Hans Jákup Jacobsen vardi ritgerð á universitetinum í Bergen um royndir við enzymviðgjørd um soya í laksafóðri, og Rúni Weihe vardi ritgerð á NMBU um javnvágina millum feitt og protein í laksafóðri. 77
Учимся в Москве
78
LESTRARLÍV
E
g eiti Hanus á Tjaldrafløtti og fari at greiða tykkum frá mínum upplivingum sum skiftislesandi. Eg eri í gongd við mítt fimta og síðsta ár á CBS, har eg lesi cand.merc. fiv (fígging og íløgur). Á CBS fáa øll les andi møguleikan at fara uttanlands í eitt semestur, og eg valdi at taka av. Yvir skriftin merkir „At lesa í Moskva“, og tað er júst har, eg eri farin. Eg lesi á РЭУ им. Г. В. Плеханова, ið er eitt av teimum stóru búskaparuniversitetunum í Russlandi. Tað byrjaði við, at eg fór at vitja ein vinmann í 2016, sum gekk á málskúla í Moskva. Russland fangaði meg beinan vegin, tí fólkini, eg møtti her, vóru bæði fyrikomandi og hjálpsom, so eg hugsaði við mær sjálvum: „Um eg nakrantíð skal á útveksling, so skal tað vera í Russlandi!“ Nú búgvi eg á einum kollegium, sum liggur á kampus hjá universitetinum. Eg havi tríggjar minuttir til gongu í skúla hvønn dag. Eg havi ein sambúgva, sum eg deili kamar við, ið eitur Pierre og er úr Fraklandi. Skúlagongdin hjá okkum, kandidat næmingum, er frá 19.00 til 22.00 allar gerandisdagar, so næming arnir eisini kunnu arbeiða fulla tíð sam stundis, sum fleiri gera.
Eg eri komin at kenna fleiri russarar gjøgnum skúlan, og tey liva eisini upp til tær væntanir, eg hevði um tey – fyrikomandi og hjálpsom
Kynsbýtið á lærarum er øðrvísi her í mun til á CBS. Flestu lærarar eru konu fólk. Á CBS eru flestu lærarar innan fígg ing og íløgur mannfólk. Skúlin hevur ikki nakað intranet til næmingar og lærarar at samskifta gjøgnum, so vit brúka teldu
post, VK bólkar (russiska Facebook) og Whatsapp chattir. Av tí sama eri eg vin ur við lærararnar á VK og chatti privat við teir, tá eg havi okkurt at spyrja um. Í skúlanum eru flestu næmingar russarar – eisini á altjóða deildini, sum eg gangi á. Eg eri komin at kenna fleiri russarar gjøgnum skúlan, og tey liva eisini upp til tær væntanir, eg hevði um tey – fyri komandi og hjálpsom. Tey flestu her eru sera áhugað í evropearum, og tað er hent fleiri ferð, at fólk koma at práta við meg, bert tí tey hoyra meg tosa enskt. Eg gangi eisini til undirvísing í russiskum nakrar tímar um vikuna. Stóra avbjóðingin her er bendingarlæran, har tey m.a. hava seks bendingarføll í mun til okkara fýra. Í frítíðini fylgist eg við vinfólki bæði frá kolleginum og frá skúlanum. Vit ganga nógv á matstovum, tí tað er so bíligt, og tí felagskøkurin á kolleginum er ikki altíð so tespiligur. Her eru eisini ein rúgva av søvnum, ið eg havi vitjað, alt frá søvnum um øl og vodka til 2. heimsbardaga og kommunistastýrið. Mítt yndis frítíðarítriv er tó at ganga í баня [banya]. Hetta er eitt serligt slag av russiskum sauna, har mann bert situr í 5-10 minuttir í senn, meðan mann slær hvønn annan við greinum fullum av bløðum. Síðani hopp ar mann í eitt ísakalt baðikar ella undir eina brúsu og setur seg aftaná í ein bás, har tú kanst bíleggja russiskan mat og drekka, bæði veikt og sterkt. Samanumtikið eru mínar royndir, at Russland livir ikki upp til ta ræðumynd, sum vesturlendskir miðlar ofta hava hug at gera tað til. Russland hevur sjálvandi sínar trupulleikar, tá tað kemur til fólka ræði og frælsi, men tann vanligi russarin má vera tað blíðasta fólkaslagið, eg nakr antíð havi møtt.
Hanus á Tjaldrafløtti Skúli: Copenhagen Business School Útbúgving: Cand. Merc.FIN
79
LESTRARLÍV
Heilsuv erkið MÁ RAÐFESTAST ALT OV LEINGI HEVUR STØÐAN FYRI SJÚKLINGAR OG FAKFÓLK Í FØROYSKA HEILSUVERKINUM IKKI VERIÐ NØKTANDI. SØGUR FRÁ SJÚKLINGUM, IÐ FØLA SEG ÓTRYGGAR, OG FRÁSAGNIR FRÁ LÆKNUM UM OV STÓRA ARBEIÐSBYRÐU OG OV LÍTLA MANNING VÍSA Á EIN RÆÐANDI VERULEIKA. HAGTØLINI ERU EISINI GREIÐ OG VÍSA, AT FØROYSKA HEILSUVERKIÐ ER OV ILLA RAÐFEST.
S Læknalesandi í Keypmanna havn, LíK
80
einasta uppgerð frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum vísir, at umleið 40 serlæknar eru í føst um starvi í sjúkrahúsverkinum. Skulu vit hava eina serlæknamanning á støði við Danmark, so skal talið av serlækn um næstan tvífaldast. Harafturat boðaði Vikuskiftis-Sosialurin í novembur 2017 frá, at 18.558 borgarar mangla fastan kommunulækna. Eitt tílíkt serlæknatrot er óhugnaligt, og tvífaldaða arbeiðsbyrðan hjá verandi serlæknum er svikalig fyri bæði sjúkling ar og læknar. Hóast hetta, so tykjast politisku myndugleikarnir at vera upptiknir av øðrum málsøkjum. Heldur enn at taka
álvarsligu støðuna hjá heilsuverkinum upp og gera tær broytingar, ið skulu til, so verður hetta skúgvað til viks í Løg tinginum. Í juni 2016 legði ein bólkur av serfrøð ingum og politiskum umboðum eina menningarætlan fyri føroyska sjúkrahús verkið fram. Fyrst og fremst var dentur lagdur á, at heilsuverkið hevur alt ov lítla fígging. Ein árlig fígging á 200-300 mió. kr. manglar fyri at vera á sama fíggjar støði sum Danmark og Svøríki. Eisini bleiv ein rúgva av greiðum og ítøkiligum tilmælum at basa serlækna trotinum løgd fram. Tað var víst á, at læknarnir eru undirmannaðir og arbeiða alt ov nógv - summir læknar arbeiða
LESTRARLÍV
meir enn dupulta tíð. Hetta samstundis við at lønin til læknar er 10-15% lægri enn í Danmark. Tilmælið sigur í roynd og veru, at vit skulu satsa upp á stóra tilfeingið av før oyskum læknalesandi. Vit skulu geva teimum tilknýti til føroyska heilsuverk ið við at bjóða kliniska starvsvenjing á Landssjúkrahúsinum, umframt fleiri KBU-pláss og intro-størv. Eisini verður nevnt sum møguleiki at gera tað møgu ligt at fáa eina bachelorútbúgving í læknavísindum á Fróðskaparsetrinum. Men hóast tað eru liðin skjótt trý ár, síðan menningarætlanin var gjørd, so hava vit ikki sæð politisku myndugleik arnar fremja nakrar av hesum broyt ingu nu m, Jú, føroysk læknalesandi hava fingið framíhjárætt til KBU-pláss á Landssjúkrahúsinum, og tað eru vit sera glað fyri. Tað er tó týdningarmikið at hava í huga, at hetta er bert eitt lítið stig rætta vegin. Endaliga loysnin má vera at gera arbeiðsumstøðurnar innan føroyska heilsuverkið kappingarførar við arbeiðsumstøðurnar í londunum rundan um okkum. Flestu læknalesandi hava eitt greitt ynski um at flyta heim til Føroya eftir
Men hóast tað eru liðin skjótt trý ár, síðan menningarætlanin var gjørd, so hava vit ikki sæð politisku myndugleikarnar fremja nakrar av hesum broytingunum
loknan lesnað. Okkara útbúgving er tó soleiðis skipað, at vit fyrst lesa í seks ár fyri at gerast cand.med. og síðani eru í KBUstarvi í eitt ár fyri at fáa læknaløggilding. Tá vit so hava rætt til sjálvstøðugt virki sum lækni, skulu vit velja serlæknagrein og læra innan ta greinina í minst fimm ár. Føroysk læknalesandi brúka tí upp ímóti 15 árum uttanlands, áðrenn tey kunnu fáa fast starv í Føroyum. Hóast tað ynskja flestu okkara at flyta heim aftur. Tað er bara torført, tá veruleikin er, at mann flytur heim til eitt heilsuverk, ið er undirfíggjað, undirmannað og illa skipað, og mann hevur útlit til longri arbeiðsdagar og lægri løn samanborið við arbeiði í danska heilsuverkinum. Tað er skiljandi, at tað kann vera
torført í einum oyggjasamfelagi at hava eitt heilsuverk, ið er kappingarført við onnur norðurlond. Tó er støðan í Føroy um ørkymlandi, tí ein stórur partur av trupulleikanum kann loysast bara við at hava greiðar ætlanir og betri fígging til heilsuverkið. LíK gjørdi í heyst 2017 eina uppteljing, hvussu nógvir føroyingar lesa til lækna. Tað eru minst 133 læknalesandi í Dan mark og Póllandi, og hetta er ovmikið til at basa læknatrotinum í Føroyum. Men fyri at fáa hesar føroyingar heim aftur, so krevur tað, at Landssjúkrahúsið, Heilsu málaráðið og Løgtingið gera eina greiða ætlan og seta sær fyri veita neyðugu fígging og struktur til at skapa eitt trygt og vælvirkandi heilsuverk í Føroyum. 81
LESTRARLÍV
TIL MÁLLÆRU
í Jordan FYRI NÆSTAN EINUM ÁRI SÍÐANI FÓR EG TIL JORDAN AT LÆRA ARABISKT. EG VISTI IKKI, HVØRJUM EG SKULDI ROKNA VIÐ, MEN ÁRIÐ HEVUR VERIÐ ÓTRÚLIGA LÆRURÍKT OG SPENNANDI.
Í Skúlin eitur: Qasid Institute of Arabic
februar mánaði traðkaði eg fyrstu ferð úr flogfarðinum hjá Qatar Airways í Amman í Jordan. Eg var akkurát liðug ur við bachelor útbúgving í søgu á Há skúla Íslands, og munurin á tí kenda umhvørvinum í Reykjavík og tí ókenda í Jordan. Eg dugdi ikki so frægt sum stavraðið á arabiskum, men hinvegin var eg spentur at byrja. Seks mánaðir seinni haldi eg hetta vera ta bestu avgerð, eg nakrantíð havi tikið.
Lesur: Arabisk (Modern Standard Arabic)
AT LÆRA SØGU UTTAN MÁL
Regin Winther Poulsen
82
„Øll mál eru umboð fyri sínar egnu veruleikar.“ Nakað soleiðis segði Vígdis Finn b ogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands, tá eg sjálvur gjørdi samrøðu við hana vegna Dimmalætting fyri nøkrum árum síðani. Um tú skalt kunna gerast serfrøðingur í ávísari søgu, ávísum sam felagi ella skilja ávísar trupulleikar, mást tú tí skilja teirra mál. Tað var við hesari hugsan í bakhøvdinum, at eg fór til Jordan. Í søguútbúgving míni legði eg dent á nationalismu og evropeiska søgu, men eg valdi eisini øll fak, sum eg kundi, um miðeystur. Tá eg varð liðugur við út
AMMAN
búgving mína, valdi eg tí at miða ímóti at gerast serfrøðingur innan hetta økið – at læra málið er liður í hesum. Í veruleikanum var tað kanska eisini vanligt forvitni, ið dró meg hendan vegin. At læra um søguna og mentanina frá fólki, sum liva í økinum. Um politisku skipanina og um, hvussu fólki dámar hana.
LESTRARLÍV
Hinvegin eru smáir sigrar ógvuliga søtir, tá málið er so torført sum heild HVÍ HESIN SKÚLIN? Hvat er so at gera, tá ein vil læra arabiskt og er staddur í Íslandi? Hvar fer mann? Og í hvørjum landi er best at læra málið? Eg setti meg í samband við ein pro fessara, sum eg hevði í Íslandi. Hann arbeiddi vanliga í Sambandsríkinum í Amerika, men undirvísti eina ferð um árið í Íslandi. Hann hevði mælt mær til at læra nakað av málinum, áðrenn eg fór í holt
við útbúgving innan miðeysturlendska søgu og setti seg í samband við nakrar starvsfelagaðar í Jordan. Teir mæltu mær til at fara á Qasid, sum er navnið á skúl anum, har eg gangi. Qasid er ein málskúli, men hann hevur samband við fleiri navnfram ar lærda r háskúlar í Onglandi og í Sambandsríkinum í Amerika. Hvørt semestur, tú tekur á skúlanum, kann góðskrivast sum eitt semstur á universi tetsstøði, og skúlin er rættiliga intensiv ur í undirvísing. Hvørt semestur fara vit ígjøgnum tað, sum vanliga verður gjørt á einum ári á universiteti. Vit eru júst blivin liðug við bók, sum vanliga tekur tvey ár á univeritetsstøði. Vit eru um at verða liðug við tað týdningarmestu mállæruna, og nú snýr tað seg mest um at tosa so nógv sum møguligt. Tað gongur fínt við málinum, men arabiska málið er ógvuliga stórt og torført. Tað eru óendaliga nógvir mátar at siga tað sama uppá, og tí kennist tað ofta, sum tú stendur í stað. Hinvegin eru smáir
sigrar ógvuliga søtir, tá málið er so torført sum heild.
FAR! Um nakar skuldi ivast í at farið í holt við arabiskt ella at flutt til miðeysturs, havi eg bara eitt ráð – far avstað! Um so er, at tú ikki verður nøgd/nøgdur við skúlan sjálvan, fert tú í hvussu so er at møta eini ørgrynnu av fólki og læra eina ørvísi mentan at kenna. Alt tað praktiska, so sum bústaður, kemur í rættlag skjótt. Prísstøðið er lægri enn í Føroyum, hóast skúlar og dagligdagsvørur ikki eru bein leiðis bílig. Og tað síðsta ráðið kann kanska vera, at hóast ein sjálvandi altíð skal ansa sær, er tað eisini týdningarmikið ikki at ansa sær ov nógv. Fólk eru sum heild ógvuliga blíð, og tá tú sigur teimum, at tú ert í landinum fyri at læra málið, verða tey serliga vælkomandi. Tú lærir líka nógv av málinum við at tosa við fólk sum at vera í skúla. 83
LESTRARLÍV
SKIFTIS LESTUR SUM LESANDI Í FØROYUM HEVUR TÚ GÓÐAR MØGULEIKAR AT TAKA EITT SKIFTI – VANLIGA ½ ÁR – Í EINUM ØÐRUM NORÐURLENDSKUM ELLA BALTISKUM LANDI.
Æ
Holger Arnbjerg Arbeiðir á Altjóða skrivstovuni www.setur.fo/ask Teldupostur: ask@setur.fo
84
tlanin við Nordplus-skipanunum er at styrkja norðurlendska-balt iska felagsskapin og samleikan við støði í søguligu, mentanarligu, demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum. Skipanirnar eru ætlaðar til undir vísing á øllum stigum. Endamálið við Nordplus Videregående er at styrkja flytføri og samstarv millum hægru lærustovnarnar hjá luttakandi londunum. Grønland, Áland og Føroyar luttaka á jøvnum føti við teimum fimm norður lendsku og trimum baltisku londunum, sum eru við í Nordplus-skipanini. Tá tú fert avstað við Nordplus-skipanini, fært tú eitt ókeypis lestrarpláss og haraftur at stuðul til ferð og uppihald. Lestrar uppihald í Norðurlondum fara oftast ígjøgnum Nordplus-skipanina, sum er sett saman av fakligum netverkum. Um títt fak ikki hevur eitt netverk í Nordplus, kanst tú søkja um at fara ígjøgnum „Det tværfaglige netværk, Nordlys“. Spyr á www.setur.fo/ask – ask@setur.fo – Altjóða Skrivstovan.
MANNAGONGDIN KANN VERA HENDAN: Tú finnur eitt útbúgvingarstað og kannar møguleikarnar fyri at søkja inn til tað, sum tú kundi hugsað tær. Tað, sum tú søkir inn til, skal vera góðkent framm anundan av tínum lestrarstaði, soleiðis at tín lestrartíð ikki verður longd, og títt útlendska lestraruppihald verður partur av tínum lestri. Les meira um Nordplusskipanirnar her: www.nordplusonline.org
ERASMUS+ FYRI LESANDI Í ES- OG EBS-LONDUM Skiftislestur í einum øðrum evropeiskum landi? Hevur tú hug at taka ein part av tí útbúgving, ið tú ert farin í holt við, í einum øðrum landi í Evropa, so er tað vert at umhugsa Erasmus+ skipanina. Erasmus+ skipanin er partur av „Lívs long Læring“, ella „Lifelong Learning Programme“ (LLP), ið er ein útbúgving arskipan hjá ES. Við hesi skipan hevur
Serskráin Erasmus er flaggskipið hjá ES innan hægri útbúgving. Skipanin eggjar lesandi og starvsfólkum á hægri lærustovnum at taka part av útbúgving síni ella at arbeiða á universiteti í øðrum ES-landi í eitt tíðarskeið Evropa Kommissiónin megnað at savna øll síni fjølbroyttu átøk innan útbúgv ing og upplæring í eina samlaða heild við heitinum: „The Lifelong Learning Programme“. Serskráin Erasmus er flaggskipið hjá ES innan hægri útbúgving. Skipanin eggjar lesandi og starvsfólkum á hægri lærustovnum at taka part av útbúgving síni ella at arbeiða á universiteti í øðrum ES-landi í eitt tíðarskeið. Talan kann m.a. vera um lesnað sum skiftisnæmingur, málskeið, intensiv skeið, fyrireikandi fundir, verkætlanarsamstarv og umbýti av lærarum og øðrum starvsfólki. Við Erasmus+ ber til dømis til at koma á eitt ókeypis lestraruppihald á útlendsk um lærustovni í 3–12 mánaðir og at søkja námsstyrk á umleið 200 evrur til eyka útreiðslur um mánaðin. Treytin er, at lesturin á útlendska lærustovninum er
partur av útbúgvng tíni á tí stovni, har tú ert innskrivað/ur, og at hesin lestur er góðkendur av fakulteti tínum framm anundan. Erasmus+ avtalur millum ymisk uni versitet í Evropa eru vanliga tengdar at ávísum lærugreinaøkjum, so tí kunnu smávegis frávik vera frá lærugrein til lærugrein. Á onkrum fakulteti ber til at søkja um eitt Erasmus+ skiftisuppi hald eftir einum ári, men í flestu førum skal ein hava lisið í minsta lagi tvey ár – og ofta longri enn tað – áðrenn ein kann fara í holt við skiftislesnað við hesi skipan. Skipanin er bert galdandi í ES-londum og londum, sum eru við í EBS-samstarvinum (EBS stendur fyri Evropiskt Búskaparligt Samstarv). Um tú ert áhugað/ur í hesi skipan og ert lesandi á einum universiteti, ið er við í Erasmus+ samstarvinum, so skalt tú seta teg í samband við Altjóða Skrivstovuna. Tey hava fastar mannagongdir við um sóknum o.ø hesum viðvíkjandi og drúg var royndir við vegleiðing á økinum. Les meira um møguleikar, upptøkukrøv, lut takaralond, praktisk viðurskifti, royndir hjá øðrum, umsóknarfreist o.a. á: http://ec.europa.eu/education/lifelonglearning-programme/erasmusen.htm
KUNNU LESANDI Á SETRINUM FARA ÚT Í HEIM VIÐ ERASMUS+? Nei, ikki við Erasmus +, men lesandi í Før oyum hava aðrar og góðar møguleikar at fara út í heim sum skiftislesandi. Vegna verandi støðu Føroya viðvíkjandi ES ber ikki til hjá lesandi á Fróðskaparsetri Før oya at søkja stuðul umvegis Erasmus+ skipanina, men um tú ert lesandi í Danmark, Bretlandi ella øðrum ES- og EBS-landi, so ber til hjá tær at gagn nýta hesa skipan. Tó skal undirstrikast, at um lesandi á Fróðskaparsetri Føroya t.d. ynskja at taka eina lestrarhálvu (ella eina hálva lestrarhálvu) í einum øðrum landi á sama hátt sum ein Erasmusles andi – t.e. sum ein góðskrivaðan part av tí útbúgving, ið tú ert innskrivað/ur á í Før oyum – so er hetta avgjørt ein møguleiki, ið er verdur at hava í huga og gagnnýta. Tosið við deild tykkara um hesar møgu leikar, ella setið tykkum í samband við Altjóða Skrivstovuna. Søkjast kann um stuðul frá Studna til hetta endamál. Nærri upplýsingar um stuðul til skiftislestur fært tú á www. studni.fo.
85
LESTRARLÍV
Uttanlands:
FINN TÍTT FELAG KEYPMANNAHAVN Niðanfyri er eitt yvirlit yvir hvørji føroysk lestrarfeløg eru í Keypmannahavn, og hvussu tú kanst seta teg í samband við teg.
Føroysk Humanioralesandi á Amager Facebook-síða: www.facebook.com/ humlafo/
FÚL
Facebook-bólkur: HUMLA – Føroysk Humanioralesandi á Amager
Føroyskir útisetar á Løgfrøði Facebook síða: Felag fyri Føroysk juralesandi Facebook bólkur: FÚL – Føroyskir Útisetar á Løgfrøði Instagram: juralesandifo Teldupostur: felag.foroysk.juralesandi@ gmail.com Samvinnan
Føroysk lesandi á CBS Facebook-síða: Samvinnan – føroysk lesandi á CBS Teldupostur: samvinnan@yahoo.com Instagram: samvinnan Heimasíða: www.samvinnan.com 86
HUMLA
Instagram: laeknalesandifo
SÁL
Teldupostur: nevndin.lik@gmail.com
Føroysk Sálarfrøðilesandi Facebook-bólkur: SÁL – Føroysk Sálarfrøðilesandi
LÆRA
Heimasíða: www.psykolog.fo
Instagram: humla.kbh Teldupostur: humlamail@gmail.com
Føroysk læraralesandi í Danmark Facebook síða: Læra – Føroysk læraralesandi í Danmark Instagram: laerafolesandi
BÚK
Teldupostur: laerafolesandi@gmail.com
Sjúkrarøktafrøðilesandi Útisetar í Keypmannahavn Facebook-bólkur: SjÚK
Røkk
Instagram: sjuk.kbh
Búskaparfrøðilesandi í Keypmannahavn Facebook-bólkur: BúK KADK
Føroyingar á Det Kongelige Danske Kunstakademi for Arkitektur, Design og Konservering Facebook-bólkur: Føroyingar á KADK LÍK
Læknalesandi í Keypmannahavn Facebook-bólkur: Læknalesandi í Keypmannahavn (LíK)
Føroysk lesandi á Roskilde Universitet Facebook-síða: Røkk – føroysk lesandi á Roskilde Universitet PLÚ
Pedagoglesandi útisetar Facebook síða: PLÚ - Pedagoglesandi Útisetar Instagram: plutisetar Teldupostur: pedagoglesandiutisetar@ gmail.com
Teldupostur: sal@psykolog.fo SjÚK
Teldupostur: sjuk.mail@gmail.com VÁS
Verkfrøðingar á Slættanum Facebook-bólkur: VÁS – Verkfrøðingar á slættanum Teldupostur: verkfrodingar@gmail.com
LESTRARLÍV
FØROYINGAFELØG Í DANMARK Niðanfyri er eitt yvirlit yvir nøkur av føroyingarfeløgunum í Danmark.
Ein bólkur er fyri føroyingar í Danmark samlað. Tað er:
Facebook bólkur: Føroyingar í Danmark Aalborg
Facebook síða: Álaborg Facebook bólkur: Álaborg Teldupostur: alaborg@alaborg.fo Heimasíða: www.alaborg.fo
UTTANFYRI DANMARK
Aarhus
Hirtshals
Svendborg
Facebook síða: Føroyingarfelagið í Aarhus
Facebook bólkur: Føroyingar í Hirtshals
Facebook bólkur: Føroyingar í Svendborg
Teldupostur: aarstova@aarstova.fo
Horsens
Sønderborg
Facebook síða: Føroyingarfelagið í Horsens
Facebook bólkur: Føroyingar í Sønderborg
Facebook bólkur: Føroyingar í Horsens
Mið- og Veseturjylland
Facebook bólkur: Føroyingar í Århus Esbjerg
Facebook síða: Føroyingarfelagið í Esbjerg
Keypmannahavn
Teldupostur: foesbjergdk@gmail.com
Facebook síða: Føroyingar í Keypmannahavn.
Heimasíða: www.esbjergfo.dk
Odense:
Fyn
Facebook bólkur: Føroyingar í Odense
Facebook síða: Føroyingafelagið á Fyn Teldupostur: felagid@fyn.fo Heimasíða: www.fyn.fo
Facebook síða: Føroyingar í London
Facebook bólkur: Føroyingar í suðursvøríki
Brighton
Spania
Facebook bólkur: Føroyingar í Brighton
Facebook bólkur: Føroyingar í Spania
Reykjavík Facebook síða: Føroyingafelagið í Reykjavík
Glasgow
Týskland
Føroyingar í Glasgow
Teldupostur: foroyingafelagid@gmail.com
New Zealand
Berlin Facebook bólkur: Føroyingar í Berlin
Ísland
Facebook bólkur: Föroyingar í Reykjavík Bretland
Facebook bólkur: Føroyingar í Bretlandi og Írlandi
Facebook bólkur: Føroyingar í New Zealand Noregi
Bergen Facebook bólkur: Føroyingar í Bergen
Vestursjælland
Facebook bólkur Føroyingar í Vestursjællandi
Facebook bólkur: Føroyingafelagið í Suðurjútlandi
Svøríki (Suðursvøríki)
Nuuk Facebook bólkur: Føroyingar í Nuuk
Heimasíða: www.brunnur.fo
Suðurjútland
London
Grønland
Facebook bólkur: Føroyingafelagið í Mið- og Vesturjyllandi
ONNUR FELØG?
Harafturat finnast hópin av feløgum, har føroyingar annars hittast – fyrivarni verður tikið við, at ikki øll feløgini eru við á hesum yvirlitinum. Tó ber til at leita eftir feløgum á Facebook ella Góð leitiorðum so sum: „Føroyingafelagið í“ og „Føroyingar í“ og kanna um tú kanst seta teg í samband við onkran á tínum staði. Vit eru her fyri at hjálpa tær! Tú ert altíð vælkomin at seta spurningar til MFS á Facebook síðu okkara Meginfelag føroyskra Studenta ella við at skriva okkum ein teldupost á mfs@mfs.fo
87
LESTRARLÍV
Føroyafrádráttur
HVAT ER FØROYAFRÁDRÁTTUR? Føroyafrádráttur (gæstestuderendefradrag) er ein serligur skattafrádráttur, ið kann játtast føroyskum lesandi í Danmark, um ávísar treytir eru loknar. Frádrátturin er heimilaður í norðurlendsku skattaavtaluni 20 og tilhoyrandi protokoll.
Lov nr. 190 frá 12/03/1997 Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande.
88
TREYTIR Høvuðstreytirnar fyri at fáa føroyafrádrátt eru hesar: ›› At tú vart búsitandi í Føroyum áðrenn flytingina til Danmarkar ›› At uppihaldið í Danmark er fyribils í lestrarørindum ›› At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetansugevandi) frammanundan ›› At tú ikki hevur búð í Danmark í meira enn 6 mánaðir, áðrenn lesturin byrjaði
LESTRARLÍV
www.skat.dk
ERU UNDANTØK?
Undantøk eru frá treytini um, at tú ikki mást hava eina førleikagevandi útbúgving frammanundan. Serliga har talan er um eina sam anhangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru førleika gevandi. Eisini er undantak frá treytini um, at tú ikki hevur uppihildið tær í Dan mark í meira enn 6 mánaðir, áðrenn lesturin byrjar. Til hetta 6 mánaðar tíðarskeiðið (tó hægst 1 ár) roknast ikki tann tíðin við, sum verður brúkt til eitt fyrireikandi skeið, ið verður kravt av útbúgvingarstovninum fyri at koma inn. Síðani er undantak fyri hjún, har bæði søkja um at koma inn á útbúgv ing, og bert tann eini verður upptikin. Her verður 6 mánaðar reglan tikin úr gildi fyri hin hjúnafelagin, tó hægst í eitt tíðarskeið uppá í alt 2 ár.
HVUSSU STÓRUR ER FØROYAFRÁDRÁTTURIN?
HVUSSU FÁI EG FØROYAFRÁDRÁTT?
Føroyafrádrátturin er býttur í tveir part ar, har føroyafrádrátturin er 47.000 kr. (2019) og ein ríkisfelagsskapsfrá dráttur á 36.000 kr. Um tú bert ert undir útbúgving ein part av árinum, verður frádrátt urin lutfalsliga minni. Tað verða trekt átta prosent í AMB (Arbejdsmarkeds bidrag) av allari arbeiðsinntøkuni, men tað verður roknað sum ein goldin skattur í endaligu uppgerðini. Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt og aðrar frádráttir.
Tú skalt venda tær til SKAT og søkja um frádráttin. Tú skalt útfylla eitt um sóknarblað og senda tað til SKAT við telduposti. Tú skalt eisini viðhefta skjal prógv fyri, at tú ert undir útbúgving, so sum lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv. Tú sendir teldupost til SKAT við at logga á skat.dk við NemId. Nærri leiðbeining, hvussu tú søkir, og leinki til umsóknarblað finnur tú á heimasíðuni hjá Ráðgevingini – www.radgevingin.dk. Um skattamyndugleikarnir nokta tær føroyafrádrátt, hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving. Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita, um grundgevingin fyri noktan er røtt.
Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um hesi undantøkini.
89
LESTRARLÍV
KANN FØROYAFRÁDRÁTTUR BRÚKAST TIL SU?
Nei, føroyafrádráttur kann bert brúk ast til arbeiðsinntøku. Tú kemur sostatt til at gjalda vanlig an skatt av SU. Tað kann tó koma fyri hjá summum, at skattur fer av arbeiðsinntøkuni, og eingin skattur fer av SU. Tað týdningarmiklasta er, at SKAT fær tann rætta skattin inn, óansæð um skatturin verður trektur av SU ella av arbeiðsinntøkuni. Vend tær til Ráðgevingina og fá nærri at vita. Sambært dupultskattaavtaluni kann føroyafrádráttur bert brúkast til inntøkur, sum koma undir heitið: „Vederlag for tjenesteydelser“.
SJÁLVUPPGÁVA OG FØROYAFRÁDRÁTTUR
Sjálvt um tú hevur fingið føroyará drátt á forskudsopgørelsen, skalt tú minnast til at skriva føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna. Annars fært tú ikki føroyafrádráttin við í ársuppgerðina, og úrslitið verður ein skattarokning í staðin fyri. Tað gongur sostatt ikki automastiskt. Nærri leiðbeining finn ur tú á heimasíðuni hjá Ráðgevingini.
GILDISTÍÐ FYRI FØROYAFRÁDRÁTT
Tú hevur rætt til føroyafrádrátt so leingi tú lesur, lýkur treytirnar og lestrartíðin heldur seg innan fyri ásettu lestrartíð + 2 ár.
90
UM TÚ IKKI FERT HEIMAFTUR
Høvuðstreytin fyri at fáa føroyafrá drátt er, at tú ert í Danmark fyribils í lestrarørindum. Tað merkir, at frá tí degi, tú gert av ikki at fara heim eftir loknan lestur, hevur tú ikki rætt til føroyafrádrátt longur. Um tú gevst ella ert liðug/-ur at lesa og avger at verða í Danmark, so er ikki lógarheimild til at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, vend tær so til Ráðgevingina. Minst til ikki at nýta skattakort við føroyafrádrátti eftir loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Tlf. 33 23 99 80 www.radgevingin.dk
LESTRARLÍV
RÁÐGEVINGIN FØROYSK SOSIALRÁÐGEVING Í DANMARK TAÐ ER NÓGV AT HUGSA UM Í SAMBAND VIÐ AT FLYTA NIÐUR, FÁA SKIL UPP Á ØLL SÍNI VIÐURSKIFITI ELLA VITA HVUSSU EIN BER SEG AT, UM UMSTØÐURNAR BRÁDLIGA FLØKJAST.
R
áðgevingin í Keypmannahavn kennir føroysk-donsku viðurskift ini væl, og kann vegleiða og veita tær ráð og vegleiðing í sosialum, persón ligum og lestrarligum spurningum. Royndu sosialráðgevarnir, ið húsast á 1. hædd í Føroyahúsinum í Keypmanna havn, kunnu virka sum sambindingarliður millum teg, myndugleikar og stovnar í Danmark og Føroyum. Vit kunnu hjálpa við upplýsingum um reglur og lóggávu, hjálpa við at samskipa og raðfesta, vísa á møguleikar, myndug leikar, stovnar og serfrøðingar. Tænastan á Ráðgevingini er ókeypis, og tú kanst venda tær anonymt til okk ara. Vit arbeiða undir tagnarskyldu og ongin skráseting fer fram.
RÁÐGEVINGIN FYRI FØROYINGAR Í DANMARK Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. + 45 33 23 99 80 Fax + 45 33 23 92 34 radgevingin@radgevingin.dk www.radgevingin.dk
Meðan Føroyahúsið er undir umvæling, er Skrivstovan á Norðuratlantsbryggjuni, Trandgade 91, 4., 1401 København K.
VIT KUNNU TIL DØMIS VEGLEIÐA UM: ›› Flyting og persónsnummar. ›› Sjúkratrygging. ›› Bústaðarviðurskifti. ›› Boligsikring. ›› Hernaðarskyldu. ›› SU. ›› Eyka SU til stakar uppihaldarar. ›› Ferðaískoyti. ›› Børnetilskud, Børne- og ungeydelse. ›› Skatt. ›› Føroyafrádráttur (serligur skattafrádráttur til lesandi) ›› Varðveitan av skattskyldu í Føroyum. Vitja eisini heimasíðu okkara á: www.radgevingin.dk Finnið okkum eisini á Facebook, har vit halda tykkum kunnaði um viðkomandi upplýsingar, tiltøk og freistir.
UPPLATINGARTÍÐIR: Mánadag 11.30 – 15.30 Týsdag 11.30 – 15.30 Mikudag 14.00 – 18.00 Hósdag 11.30 – 15.30 Fríggjadag stongt
91
Betri legat - stuðlar tær í tíni útbúgving
Betri legat er legat til ung føroysk lesandi, ið eru farin undir hægri bókliga útbúgving ella yrkisútbúgving. Legatið er ætlað sum stuðul til uttanlandsuppihald í beinleiðis sambandi við útbúgvingina. Betri legat er uppá kr. 15.000 og verður latið upp til tveimum umsøkjarum, tvær ferðir árliga. Freistin at søkja Betri legatið er 15. desember
g
ira
Le
e sm
á
/un .fo i r t be