Fjølnir
Hit t okk um SKRIVSTOVAN
FJØLNIR 2017 – 2018 UPPLAG:
Í 2014 flutti skrivstovan hjá MFS til Føroya. Á tann hátt fáa vit væl lættari atgongd til miðlar og polit isku skipanina, eins væl og vit í størri mun kunnu samstarva við aðrar felagsskapir í Føroyum. Ein stór orsøk er somuleiðis, at talið av lesandi í Føroyum veksur skjótt og nógv, og vit vilja vera við til at skapa sama góða lestrarumhvørvið í Føroyum, sum vit hava aðrastaðni í heiminum. Skrivstova okkara er á Fr. Petersens gøtu 9, so kom endiliga ein túr inn á gólvið og heilsa upp á okkum.
1000 ÁBYRGDARFÓLK: Katrin Fríða Jógvansdóttir Torstein Jóhannes Fríðfinsson Guðrun Jacobsen Helena Fríða Jørmundsson Linda Klein
MFS-TILFAR Á NETINUM Heimasíðan hjá MFS verður javnan dagførd við tíðindum, greinum og øðrum viðkomandi tilfari. Harafturat liggja myndir frá tiltøkum, sjónbond, plakatir, bløðini „Fjølnir“ og „Pisan“, sambands møguleikar og mangt annað.
LÝSINGAR: Linda Klein
FACEBOOK SNIÐ OG UPPSETING: midberg.com RÆTTLESTUR: Sissal Carlsdóttir á Lag PRENT: Føroyaprent ÚTGEVARI: Meginfelag Føroyskra Studenta Fr. Petersens gøta 9 100 Tórshavn
MFS er eisini at finna á Facebook, har vit lýsa við tiltøkum og størvum, leggja tíðindi og annað við komandi tilfar út. Møguleiki er eisini at senda okkum eini boð á Facebook ella á teldupostin mfs@mfs.fo, um tit hava spurningar um eitthvørt. Vit eita MFS á Facebook, so far inn á Facebook og dáma okkum, og vit eru eisini fegin at fáa tínar viðmerkingar um okkara virksemi, tiltøk og við komandi mál. Sig tína hugsan og ger tína rødd galdandi. Leinkja: www.facebook.com/MFStudenta
LEINKJUR: Facebook: www.facebook.com/MFStudenta Instagram: MFStudenta
Heimasíða: www.mfs.fo
MFS hevur ein vanga á Instagram, har møguleiki er at fylgja føroyskum lesandi kring knøttin. Hvørja viku er tað ein lesandi, sum í myndum og orðum greiðir frá sínum lestrarlívi. Um tú fylgir við vang anum hjá MFS á Instagram, er møguleiki at síggja, hvørjum tey ymisku føroysku lesandi takast við.
Teldupost: mfs@mfs.fo Tøkk til Bústaðir, fyri at stuðla blaðnum
Blaðið eru einans upplýsandi. Tað kunnu vera broytingar komnar síðan blaðið varð útgivið. MFS frátekur sær tí alla ábyrgd fyri skeivar upplýsingar.
Vangin hjá MFS á Instagram eitur MFStudenta.
Innihald s y v irlit
LESANDI UTTANLANDS
/S. 07
MFS
/ S. 25
LESANDI Í FØROYUM
/ S. 59
LESTRAR HJÁLP
/ S. 75
VEGURIN TIL ARBEIÐSLÍVIÐ
/S. 99
Betri Ung
Uttanlands at lesa? Vit eru har sum tú ert Tú fært fatur á okkum skjótt og lætt á øllum miðlum. Og tú ert sjálvandi altíð vælkomin á gátt til eitt prát.
Netprát
Telefon
Teldupost
Kjatt
g
ira
Le
e sm
á
n o/u f . i tr be
Skype
Sum lesandi fært tú: Nemkontu til studningin Netbanka á fartelefonina Lestrarkreditt NemID Ymisk gjaldskort Tryggingar Avsláttur Ráðgeving
Lesandi uttan lands SVØRÍKI
/ 08
ÍSLAND
/ 12
NOREGI
/ 14
PÓLLAND
/ 16
DANMARK
/ 18
LESTRARGONGAN
/ 20
FINN TÍTT FELAG
/ 22
7
LESANDI UTTANLANDS
AT LESA Í
Svøríki SÍÐAN HEYSTIÐ 2014 HAVI EG LISIÐ TIL SÁLARFRØÐING Á UNIVERSITETINUM Í STOKKHÓLMI.
Navn: Brandur Enni Lestrarland: Svøríki Útbúgving: Sálarfrøði
8
S
tokkhólmur er ein avbera vakur høvuðsstaður, bygdur oman á eina ørgrynnu av oyggjum og hólmum – her eru brýr allastaðni at síggja, og tað er lætt at finna støð, har til ber at fáa útsýni yvir býin. Tað er nakað, sum eg altíð havi hildið vera umráðandi, kanska tí eg eri føroyingur og altíð havi verið vanur at kunna hyggja út á sjógv. Universitetið er sera stórt og er deilt upp í 70 akademiskar evniseind ir (institutiónir). Campus liggur í norðaru útryðjuni av býnum. Her kanst tú lesa alt frá fornaldar grikskari mállæru til kvantalisfrøði til queer-teori! Umleið 70.000 studentar lesa her í løtuni. Tá tú ert innskrivað/ur á eina útbúgv ing, men afturat henni eisini hevur hug at læra teg eitt nýtt mál ella økja tína vitan innan eitt hvørt annað øki, til dømis heimspeki, listfrøði ella lívfrøði, er tær frítt at fara til aðrar fyrilestrar uttan fyri tína høvuðslestrargrein. Ein lesandi hevur altíð rætt at lesa 50 % eyka, um áhugi er fyri tí. Talan er tá um hálvtíðarskeið ella kvarttíðarskeið – kvøldartíð. Tað vil siga, at universitetið gevur tær møguleikan
Psykologiska Institutionen, Stockholms universitet.
Tey fyrstu tvey árini verður høvuðsdentur lagdur á tann ástøðiliga partin, soleiðis at vit, sum lesa, fáa grundleggjandi kunnleika um allar høvuðsgreinar innan sálar frøðina, áðrenn byrjað verður at undirvísa okkum í terapeutiskum arbeiði (umframt tína valdu útbúgving) at fylgja tínum forvitni og royna teg fram innan ymisk akademisk evni, sum tú kanska ikki hevði fingið møguleikan at læra at kenna annars, um øll tín lestrarætlan longu var løgd, langt áðrenn tú byrjaði tín lesnað, og tú sostatt fylgdi hesari ætl an uttan at hyggja til viks. Talan kann vera um evni, sum vit ikki læra at kenna, fyrr enn vit eru komin inn í tað nýggja universitetsumhvørvið og eru vorðin móttakilig fyri teimum vitanarheimum, sum trívast serliga væl her.
Mín høvuðsútbúgving eitur „psykolog programmet“, og hon er ein samanhang andi fimm ára long masterútbúgving (300 ECTS). Men longu undir øðrum ári fór eg at lesa idésøgu uttan fyri fastløgdu sálarfrøðis-lestrarætlanina: Idésøga kann skiljast sum ein intellektuel tíðarmaskina, sum letur okkum ferðast millum ymiskar hugsanir í ymsum søguligum tíðum. Tú setir teg inn í, hvussu fólk hava hugsað, og hvussu hesar hugsanir hava ávirkað okkara samtíðarhugmyndir. Talan er um hugmyndir innan heimspeki, átrúnað, søgu, politikk og mentan. Eg visti ikki, hvat idésøga var, áðrenn eg byrjaði at lesa sálarfrøði, men evnið kom sera væl við, tí nærum einki av omanfyrinevndu „filosofisku evnum“ vóru umboðað á sál arfrøðisbreytini, har størri dentur verður lagdur á at undirvísa í tí náttúruvísinda liga ella neurologiska sjónarhorninum av, hvat sinnið er. Hetta var eg ikki heilt klárur yvir, áðrenn eg byrjaði at lesa á sálarfrøðibreytini. Í øllum førum bleiv eg heilt bitin av fyrilestrunum í idésøgu, sum vóru um kvøldið, og sostatt kundi eg halda fram við sálarfrøðiútbúgving
ini um dagin, men samstundis fáa mín humanistiska tørv nøktaðan umvegis idésøguna. Á sálarfrøðiútbúgvingini eru vit umleið 40 í hvørjum flokki og innihaldið í útbúgv ingini hevur higartil verið ein blanding av praktiskum og teoretiskum uppgávum. Tey fyrstu tvey árini verður høvuðsdentur lagdur á tann ástøðiliga partin, soleið is at vit, sum lesa, fáa grundleggjandi kunnleika um allar høvuðsgreinar innan sálarfrøðina, áðrenn byrjað verður at und irvísa okkum í terapeutiskum arbeiði. Annars hevur samrøðuástøði verið nakað, sum vit alla tíðina hava fingið praktiska undirvísing í. Samrøður hava verið inn spældar, og so hava vit hugt eftir teim um í felag í minni bólkum saman við læraranum. Eitt annað, sum er nokkso serligt við sálarfrøðibreytini (psykologprogrammet), er kravið um, at øll lesandi skulu royna at „ganga til sálarfrøðing“ eina ferð um vikuna – í minsta lagi 25 ferðir. Hetta er fyri, at vit skulu læra, hvussu tað er at sita í „hinum“ stólinum og fyri, at vit skulu skilja, hvat tað kann innibera at ganga til
9
Campus – Stockholms Universitet.
sálarføðing, men mest av øllum fyri at vit skulu økja okkara egna sjálvskunnleika, áðrenn vit byrja at arbeiða sum sálar frøðingar. Hetta virksemið fer altíð fram sjálvstøðugt uttan fyri universitetið (sálar frøðingarnir, sum vit ganga til, skulu ikki hava nakað tilknýti til universitetið). Hesin parturin av útbúgvingini er sera læruríkur fyri meg, persónliga. Psykologiska institutiónin liggur við eitt stórt vatn í einum náttúrureservati í útkantinum av campus-økinum í ein um stórum, gomlum bygningi frá mið skeiðis í 19. øld við stórum vindeygum og vøkrum útsýni, ein lítlan gongutúr ígjøgnum eina plantasju burtur frá risa stóru høvuðsbygningunum, sum eru frá ávikavist seksti- og sjeytiárunum. Um tú ætlar at lesa til sálarfrøðing í Svøríki, er hetta umráðandi at seta teg inní, áðrenn tú søkir: Við universitetini er ein uppdeiling millum at lesa sálar frøði og at lesa til sálarfrøðing. At lesa „psykologi“ er ikki tað sama sum at lesa „psykologprogrammet“. Um tú lesur
10
„psykologi“, kanst tú taka akademiskt prógv og gerast granskari, men tú kanst ikki arbeiða sum autoriseraður sálarfrøð ingur við t.d. samrøðuterapi. Við útbúgv ingini „psykologprogrammet“ gerst tú autoriseraður sálarfrøðingur, sum kann arbeiða við terapi sjálvstøðugt ella í heilsuverkinum, samstundis sum tú eisini fært akademiskt prógv (master) og kann arbeiða sum granskari. Tískil er kappingin harðari um plássini á teirri samanhangandi útbúgvingini. Men tað akademiska støðið á báðum útbúgving um er tað sama.
BÝUR VIÐ EINUM UNIVERSITETI ELLA UNIVERSITET VIÐ EINUM BÝI… Við yvir tveimum mió. íbúgvum er Stokk hólmur ein stórbýur. Stokkhólmur er eisini ein tann vakrasti býurin, eg veit um. Tann stóri trupulleikin er tó bústað arviðurskiftini. Tað er nærum ógjørligt at finna nakað
at búgva í her. Tú kanst vera heppin at fáa eitt studentakamar, um tú t.d. flytur úr Føroyum, tí hædd verður tikin fyri, at tey, sum koma úr øðrum londum, ikki hava somu møguleikar at fáa tak yvir høvdið samanborið við lesandi, sum eru uppvaksin í Stokkhólmi, og fáa tískil eitt betri pláss í køini. Men tað er tíverri ikki altíð so einkult. Eg var so mikið heppin at hava ein bústað, áðrenn eg byrjaði á universitetinum, annars hevði tað kanska verið trupult hjá mær at lisið í júst hesum býnum. Vert er eisini at hava í huga, at tað er stórur munur á lestrarmentanini í einum høvuðsstaði og í einum rein dyrkaðum universitetsbýi! Í Svøríki eru teir klassisku universitetsbýirnir Lund og Uppsala – býir, sum hava verið aka demiskir miðdeplar í fleiri hundrað ár, og eru tað enn í dag, men tað er eisini fleiri aðrir sokallaðir universitetsbýir at velja millum (Umeå og Växjö til dømis). Stóri munurin er, at samanhaldið mill um tey lesandi er sum oftast munandi betri í lestrarbýunum enn í eitt nú Stokkhólmi. Og so er tað tann fíggjar ligi parturin: Tað er lættari at klára seg við SU-studningi í Lund ella Uppsala samanborið við Stokkhólm. Í Lund búgva umleið 87.000 fólk, og 42.000 av teim um eru studentar, og 7.400 arbeiða á universitetinum (!). Tað er veruliga talan um eitt universitet við einum býi, held ur enn ein bý við einum universiteti… Á universitetinum í Stokkhólmi, har eg gangi, eru sum sagt uml. 70.000 lesandi á 70 ymiskum akademiskum deildum, men í býnum eru yvir tvær milliónir íbúgvar. Høvuðsstaðurin hevur sjálvsagt nógv spennandi at bjóða, men lestrarlívið kann ikki veruliga sammetast við ta ungdómsmentan, sum sermerkir lestrarbýirnar.
UMSÓKNIR Tað er lætt at søkja inn á allar svenskar universitetsútbúgvingar umvegis eina felags heimasíðu: www.antagning.se !
· Skriva koduna í leitifeltið fyri útbúgv ingina ella skeiðið, sum tú vilt lesa, leita og melda teg til. · (Hvør útbúgving hevur sína kodu, og hana finnur tú á heimasíðuni hjá universitetinum undir teirri útbúgving, talan er um.)
FØROYAPRENT
VEITARI AV BÓKUM TIL FØROYA FÓLK Í 140 ÁR Føroya størsta prentsmiðja
Tel. 314555 www.foroyaprent.fo
LESANDI UTTANLANDS
AT LESA Í ÍSLANDI
– FØROYAR Í STÓRFORMATI Navn: Regin Winther Poulsen
EG VISTI IKKI HEILT HVAT FRAMTÍÐIN HEVÐI AT BJÓÐA, TÁ EG 1. SEPTEMBUR 2014 SETTI FÓTIN ÚT AV ATLANTIC AIRWAVES FLOGFARINUM. EG HEVÐI OFTA VERIÐ OG FERÐAST Í ÍSLANDI, OG EG HEVÐI KANSKA EINA ÍMYND, LÍKA SUM FØROYINGAR VANLIGA HAVA, UM AT ÍSLAND ER NAKAÐ TAÐ SAMA SUM FØROYAR. VIT ERU ÓGVULIGA LÍK Á FLEIRI ØKJUM – MEN IKKI ØLLUM.
Lestrarland: Ísland Aldur: 22 Útbúgving: BA í Søgufrøði
12
TALIÐ AV KÚM VAKS NÓGV FYRST Í 20. ØLD
F
yrsti tímin var í modernaðari ís lendskari søgu. Tað vil siga øll søga eftir 1815. Eg hevði arbeitt eitt hálvt ár á bryggjuni í einum íslendskum reiðaríði fyri at læra málið, so eg skilti alt sum professarin tosaði um. Men hó ast tað gekk rættiliga skjótt at læra ís lendska málið, samsvaraði tað eg hevði lært á bryggjuni um íslendskan politikk og søgu ikki heilt við tað, ið professarin greiddi frá. Nøvnini á øllum teimum ís lendsku tjóðarhetjunum, sum hini høvdu hoyrt um alt lívið, kendi eg heldur onki til og tá professarin so við grafum fór at greiða frá, um at talið á íslendskum
kúm var voksið nógv fyrst í farnu øld, kendist tað sum eg mistið yvurblikkið! Eg skundaði mær út at fáa mær eina sigarett eftir tíman og heldigvís hoyrdi á øðrum roykjandi fólki, at tey skilti líka lítið … Onki er so motiverandi sum at vita, at man ikki er býttari enn hini! Kanska hettar fór at ganga alíkavæl?
FLEIRI FØROYINGAR BURDU LÆRT Í ÍSLANDI Ein orsøk til at tað eru so fáir føroyingar í Íslandi er helst, at føroyingar ikki duga íslenskt. Tað ber til at taka útbúgvingar á enskum, men føroyingar skulu ikki smæðast burtur í at læra íslenskt, tí tað
Tað ber til at taka útbúgvingar á enskum, men føroyingar skulu ikki smæðast burtur í at læra íslenskt, tí tað er als ikki torført at læra íslendskt hjá føroyingum er als ikki torført at læra íslendskt hjá føroyingum. Sum áður nevnt arbeiddi eg sjálvur á einum reiðaríði í eitt hálvt ár, har eg lærdi málið. Um tú finnur eitt arbeiði á einum staði, har íslendingar arbeiða, so lærir tú málið uppá stutta tíð. Og í málinum býr so nógv annað! Íslendska mentanin er lík tí føroysku á fleiri økjum, men hevur nógv annað at bjóða eisini. Tað eru nógv ting, ið vit duga betri enn íslendingar, men vit kunnu heilt víst eisini læra nógv av íslendingum. Ísland átti eisini at veri ein náttúrligur marknaður fyri føroyskt vinnuvirksemið, sum vaksur seg størri enn føroyska marknaðin. Men til tað krevst at vit kenna íslendska samfelagið betur. Ein lykil til føroyskan vøkstur er tí, at fleiri føroyingar tosa íslendska málið og kenna íslendska samfelagið. Tí burdu fleiri føroyingar lisið í Íslandi.
FØROYINGAR IKKI ORDILIGIR ÚTLENDINGAR Í ÍSLANDI Tað er lætt at fella til sum føroyingur í Íslandi. Ein eldri maður, ið lesur á søgu deildini, nú hann er vorðin pensionist,
Myndin er frá ársveistluni hjá „fróða“, sum er felagið hjá søgulesandi í Íslandi. Tey høvdu verið so fitt at keypt eitt føroyskt flagg, tí at eg skuldi føla meg meira heima søgdu tey! Eg takkaði sjálvsagt nógva ferðir fyri, men segði sum ein og hvør loysingarsinnaður hevði sagt … „eg beri longu flaggið í hjartanum!“.
orðaði tað einaferð soleiðis, at um eg var føroyingur, so var eg ikki ordiliga út lendingur. „Tað er líka sum, at ein norð maður væl ikki ordiliga er útlending ur í Svøríki og umvent. Føroyingar eru ikki ordiliga útlendingar, hóast teir ikki eru íslendingar.“ Mentanin og skemt ingarsemi eru lík tí heimliga í Íslandi, og tað er lætt at fella til og intigrera seg í samfelagið. Og so hjálpir tað eisini uppá føroyska popularitetin onkuntíð, at føroyingar vóru so skjótir at hjálpa ís lendingum eftir kreppuna, tí tað minnast tey enn. Eg vil ráða øllum at fara til Íslands at
lesa. Her er nógv at læra – nógv nýtt at kenna, hóast umhvørvið ikki er so fremmant hóast alt. Og hóast tað vóru allar møguligar umstøður, ið gjørdu at eg upprunaliga flutti til Íslands, so hava tað verið trý góð ár og eg eri vorðin nógvar upplivingar, vinir og lærdóm ríkari. Og tá Ísland ikki er líkt føroyum á øllum økjum, er tað í stóran mun bert tí at Ísland er størri enn Føroyar. Tað sæst aftur í bæði býðarlívið og mentan – tvey ting, sum sjálvsagt eisini skulla vera stuttlig, tá tú býrt í einum landi!
13
LESANDI UTTANLANDS
AT LESA Í NOREGI Navn: Bjarni Larsen Lesur: Master í fiskivinnufrøði
EG EITI BJARNI, ERI 25 ÁRA GAMAL OG LESI MASTER Í FISKIVINNUFRØÐI Á UNIVERSITETINUM Í TROMSØ. SÍÐANI HEILT LÍTIL HAVI EG VERIÐ ÁHUGAÐUR Í FISKI OG ALING OG TÍ FALL TAÐ MÆR LÆTT AT VELJA EINA ÚTBÚGVING SUM SNÚÐI SEG UM JÚST HETTA. AT VALIÐ FALL Á NOREGI OG JÚST TROMSØ VAR IKKI TILVILDARLIGT. FISKIVINNUSKÚLIN Í TROMSØ ER EIN VIÐURKENDUR SKÚLI SUM FLEIRI FØROYINGAR HAVA GINGIÐ Á, OG ERU TEIR ALLIR Á EINUM MÁLI UM, AT JÚST HENDA ÚTBÚGVINGIN, FISKIVINNUFRØÐI, ER SERA VIÐKOMANDI FYRI OKKUM FØROYINGAR.
Bústaður: Tromsø
E
g gangi á fjórða ári og havi valt meg inn á alibreytina sum er partur av fiskivinnufrøðibreytini í Tromsø. Ein kann spyrja seg sjálvan hví aling og ikki fiskivinnu? Heiminum tørvar alsamt meiri mat. Fiskivinnan troytir stovnarnar somikið hart, at ein vøkstur í fiskivinnuni globalt sæð er óhugsandi komandi nógvu árini. Somuleiðis er vøksturin av matvøruframleiðslu frá jørð ini mettur at verða avmarkaður. Hinvegin, so eru útlitini fyri vøkstri í alingini góð og tí verður hon ein týðandi partur av at vit megna at framleiða mat til heimsins alsamt fleiri íbúgvar. Í føroyskum høpi stendur alingin fyri góðum helminginum
14
av útflutningsvirðunum virðini eru í støð ugum vøkstri. Tromsø hevur nakað yvir 70.000 íbúgv ar har yvir 12.000 lesa á universitetinum. Tey nógvu ungu og lesandi seta sín dám á býin. Tromsø liggur á eini lítlari oyggj á leið somu stødd sum Nólsoy. Umleið helvtin av íbúgvunum í Tromsø búgva á oynni, so tað eru nógv fólk savnað á einum lítlum øki. Hóast hetta, so er bý urin ikki serliga stórbýarkendur. Tað er bert í miðbýnum at stórir bygningar eru, aðrastaðni eru tað vanlig sethús eins og í Føroyum. Tað, sum mær dámar væl við Tromsø er, at ein altíð er nær náttúruni. Gøtur úti í náttúruni ganga runt alla oynna. Her hava fólk møguleika at standa á langrennskí um veturin og annars bara at njóta friðin um tú hevur brúk fyri at sleppa út um tað dagliga resið í býnum. Hartil er Tromsø kent fyri at draga skí entusiastar at sær. Nógvir norðmenn velja at lesa í Tromsø orsakað av góðum skíumstøðum. Hetta við skíumstøðum hevði eisini sína ávirkan á mína avgerð um at velja Tromsø. Nú eg siti og skrivi hesa greinina eri eg júst afturkomin av einum longum skítúrin í brennandi sól skini og logn. Tað er balsam fyri sálina! Umframt at standa á skíð, spæli eg
Hevur tú fingið nokk av at lesa trý ár, so hevur tú eina fína útbúgving. Hinvegin, hevur tú hug at halda fram, so sleppur tú tað. Hvørt ár er býtt upp í tvær lestrarhálvur
flogbólt á hægsta støði í Noregi. Saman við lestrinum fer flogbólturin avstað við nógvari tíð. Tromsø hevur nógv onnur tilboð innan ítrótt og onnur ítriv. Eitt nú hava tey lesandi á universitetinum eitt ítróttarfelag við alskins møguleikum. At lesa á universitetinum í Tromsø er spennandi og mennandi. Útbúgvingin hjá mær er býtt upp í eina bachelor- og masterútbúgving. Hevur tú fingið nokk av at lesa trý ár, so hevur tú eina fína útbúgving. Hinvegin, hevur tú hug at halda fram, so sleppur tú tað. Hvørt ár er býtt upp í tvær lestrarhálvur. Tað, sum
eg serliga eri glaður fyri er, at royndirnar í heysthálvuni altíð eru fyri jól. Tískil kann ein fara við góðari samvitsku heim á jól um uttan at skula hugsa um skúlan og royndir. Fiski- og alivinnan hava alstóran týdn ing fyri Føroyar, men tað eru alt ov fáir før oyingar ið velja at útbúgva seg innan øk ið. Hetta kundi eg ynskt mær broytt, og her er fiskivinnuskúlin í Tromsø ein gyltur møguleiki at nerta sær kunnleika innan fiski- og alivinnu. Leggjast kann afturat, at tað eru alskins aðrar áhugaverdar út búgvingar í Tromsø.
15
LESANDI UTTANLANDS
LÆKNALESANDI
Í PÓLLANDI Navn: Sára Carlsdóttir
HVAT LESUR TÚ? Eg lesi medicin á 2. ári í Póllandi.
Lestrarland: Pólland Útbúgving: Lesur medicin
HVÍ VALDI TÚ HASA ÚTBÚGVINGINA? Síðan eg var umleið 15 ár fekk eg áhuga fyri at lesa medicin. Eg minnist ikki heilt hvussu tað byrjaði, men hugurin gjørdist størri fyri hvørt ár. Mítt ynski hevur altíð verið, at arbeiða við fólki. Mær dámar væl avbjóðingar, har eg kann royna okkurt nýtt, og har eg kann stremba fyri, at gera tað besta. At kunna vera við til at gera ein mun, og hava møguleika at hjálpa øðrum, gjørdi tað enn meira áhugavert. Harumframt er tað fakliga júst nakað fyri meg, har læran um menniskjakroppin og vitanin innan læknafrøði um hand faring av sjúkum osfr., hevur vakt stóran áhuga. Eisini havi eg arbeitt á lands sjúkrahúsinum sum gongsgenta og á sambýli, áðrenn lesnaðin, sum avgjørt sannførdi meg um, at hetta var leiðin eg skuldi fara.
HVÍ VALDI TÚ PÓLLAND? Orsaka av próvtølunum var ikki møgu leiki, at sleppa at lesa í Danmark, so eg
16
kannaði aðrar møguleikar í Evropa. Pól land var nógv umrøtt í Føroyum, t.d. í Markleys útbúgving, og eg visti at fleiri føroyingar lósu har. Eisini eru tað góð ar umstøður at ferðast heim til føroyar, sum eisini gjørdi áhugan størri, í mun til aðrastaðni.
HVUSSU ER LESTRARLÍVIÐ Í PÓLLANDI? Eg meti tað vera sera krevjandi. Møti skylda er til allar tímar, tað eru tríggjarfýra royndir hvørja viku, so ein noyðist at lesa hvønn dag. Tað mesta av tíðini fer við skúlanum og antin bókasavninum ella lestri heima. Floksfelagarnir koma úr nógvum ymiskum londum, sum eisini ger tað spennandi at læra nýggj at kenna og læra um aðrar mentanir. Annars eru aðrar umstøður sera góðar; tað er lætt at ferðast heim í frítíðini, íbúðirnar eru nýggjar, góðar og bíligar, eins og alt annað eisini er bíligt. Føroyingaveitsla verður hildin hvørt lestrarskeið, og tað er sera hugnaligt, at vera saman við før oyingum av og á. Eisini eru nógvar góð ar matstovur og barrir, hagar ein kann flýggja frá skúlatingunum okkurt kvøldið, tá tað ber til.
Eg vil avgjørt viðmæla, at lesa læknafrøði her, millum annað tí at umstøðurnar eru sera góðar, hetta er ein friðarligur býur, sjálvur skúlin er á høgum støði og bústaðar umstøðurnar eru frálíkar
HEVUR TÚ NØKUR RÁÐ TIL TEY, IÐ ÆTLA SÆR AT LESA Í PÓLLANDI? Eg vil viðmæla øllum, at vera fyrireikað til, at lesnaðurin fyllir sera nógv hvønn dag og at raðfesta hann sera høgt. Eg vil avgjørt viðmæla, at lesa læknafrøði her, millum annað tí at umstøðurnar eru sera góðar, hetta er ein friðarligur býur, sjálvur skúlin er á høgum støði og bústaðarumstøðurnar eru frálíkar. Eingin trupulleiki er at finna bústað, sum tað er so nógva aðrastaðni. Eisini er studn ingurin tann sami, sum í Føroyum, sum er ein stór hjálp. Eg, eins og fleiri aðrir føroyingar her, eru altíð til reiðar, at svara spurningum viðvíkjandi lesnaðinum her, og øðrum heintum spurningum.
17
LESANDI UTTANLANDS
DANMARK ER ET DEJLIGT LAND
– ella er tað? Navn: Katrin Fríða Jógvansdóttir Lestrarland: Danmark Útbúgving: Løgfrøði á Københavns Universitet
TÚ KENNUR SPURNINGARNAR. „HVAT SKAL EG LESA?“ OG „HVAR SKAL EG LESA“. TEIR ÆVIGU SPURNINGAR, SUM PLÁGA TEG ÍGJØGNUM MIÐNÁMSSKÚLA OG IKKI MINST Á FISKAVIRKINUM, TÁ TÚ ERT LIÐUG/UR AT LESA. ELLA, SOLEIÐIS VAR TAÐ HJÁ MÆR. „HVAR SKAL EG LESA?“
E
in felagsnevnari hjá mær var fór dómar, og at eg ikki hevði hug at fara til Danmarkar og bara blíva ein av teimum hundraðtals fólkunum, sum hava lisið í Keypmannahavn og búð á Oyrasundi. So kundi mann væl tað
18
sama bara verið verandi í Føroyum, tí horisonturin ikki verður víðkaður. Men hvat? Eg endaði í Keypmanna havn – men tó fyri at røkja mínum tvør skapi flutti eg á eitt annað kollegium (tó ikki serliga langt frá Oyrasundi) – og hvat? Fantastiskur býur og mann endaði enntá við at stórtrívast!
„HVAT SKAL EG LESA?“ Hetta var altíð ein trupulleiki hjá mær. Øll ráðini vóru: „Vel tað, sum tú hevur áhuga fyri“. Jamen hvørjum havi eg áhuga fyri? Tað var tann brennandi spurningurin. Jú, mær dámdi eitt sind ur søgu og samfelagsfrøði, men so hoyrdi eg frænir um, at tað manglaðu løgfrøð ingar í Føroyum, og eg sá nógvar lýs ingar eftir løgfrøðingum, tá lýst var eftir fólki til størv. Kundi hetta verið nakað? Eg gjørdi síðan av at royna at taka eitt
skeið á Fróðskaparsetrinum, ið kallaðist „Grundskeið í lóg“, so eg fekk mær frí frá arbeiðnum á Faroe Marine Products – tað, tey flestu kalla høvdavirkið – og fór til undirvísing og síðan roynd. Hetta fakið helt eg vera sera forvitnisligt, og eftir góðar undirvísingartímar við Kára á Rógvi og Bárði Larsen, gjørdi eg av, at hetta skuldi eg royna.
SÚRLIGAR NÆTUR Í KEYPMANNAHAVN Eg endaði so við at lesa løgfrøði á Københavns Universitet, og sum tíðin gekk, dámdi mær tað betur og betur. Av tí at eg ikki hevði verið fyrireikað at fara at lesa í Keypmannahavn, hevði eg heldur ikki skrivað meg á nakran lista til bústað, so tey fyrstu tvey árini framleigaði eg frá ymiskum fólkum ymisk støð í Keypmannahavn. Hetta var ikki so galið, tí á tann hátt kom eg at kenna nógvar ymsar partar av býnum – bæði upp á gott og ilt. Eftir tvey ár endaði eg á Rasmus Nielsen Kollegiet, har eg fann útav,
Eftir tvey ár endaði eg á Rasmus Nielsen Kollegiet, har eg fann útav, at sjálvur Kári P hevði búleikast her, og at plátan „Vælferðarvísur“ har eitt nú „Súrligar nætur í Keypmannahavn“ varð spæld fyrstu ferð á kollegiunum – eitt lag, ið hevur verið sungið nógv her á flatlondum gjøgnum árini. Livst, so spyrst
at sjálvur Kári P hevði búleikast her, og at plátan „Vælferðarvísur“ har eitt nú „Súrligar nætur í Keypmannahavn“ varð spæld fyrstu ferð á kollegiunum – eitt lag, ið hevur verið sungið nógv her á flat londum gjøgnum árini. Livst, so spyrst.
LEYP ÚT Í TAÐ Eg veit, at hetta er ein setningur, ið alt for ofta er at hoyra. Men ger tað. Nike hevur altso fatur á onkrum, tá tey lýsa við: „Just do it“. Eg havi ongantíð havt ein dreym um at lesa løgfrøði ella at enda í Danmark, men eftir at hava roynt tað, fann eg útav, at hetta var akkurát tað, eg vildi! Viðhvørt skal mann bara royna okkurt, og kanska eydnast tað, kanska eydnast tað ikki, men so er mann vorðin tað ríkari. Eitt, sum heilt víst eisini kann viðmælast, er at vera virkin í lestr arfeløgunum, har tú kemur í samband við nógv ymisk fólk, lærir nógv og, ikki minst, hevur tað ótrúliga stuttligt!
19
LESANDI UTTANLANDS
LESTRAR GONGAN Á VÁRIÐ 2016 SETTU FØROYSKU LESTRARFELØGINI Í KEYPMANNAHAVN SEG SAMAN AT SKIPA FYRI RIMMAR TILTAKI, SUM HEVÐI TIL ENDAMÁL AT SAVNA FØROYSK LESANDI OG AT STIMBRA UM LESTRARUMHVØRVIÐ VIÐ AT SKAPA TÆTTARI TILKNÝTI MILLUM TEY LESANDI. HARAFTURAT VAR HETTA EIN GÓÐUR MØGULEIKI AT FÁA ÍBLÁSTUR TIL NÝGGJ LESTRARFELØG OG GEVA TEIMUM NÝGGJU LESANDI EINA GÓÐAN BYRJAN UPPÁ LESTRARLÍVIÐ.
T
iltakið byrjaði við kafé í Føroya húsinum, har Konni Kass spældi nakrar tónar,og møguleiki var at fáa kunning um ymisk viðurskifti frá EIK og Ráðgevingini. Harafturat bjóðaði EIK mat og drekka, og Atlantic Airways burturlutaði gávubræv. Síðan varð farið undir at bólka tey les andi eftir avikavist lestrarfeløg og út búgvingar, og síðan fylgdust bólkarnir út barr í barr í hjartanum á Keypmanna havn. Bólkarnir hittust á skift á teimum 5 barrunum, og tá ið barrirnar vóru vitjaðar, helt lestrargongan fram á Føroyahús inum. Har endaði kvøldið við einum braki, við Swangah og Jens Marna, sum spældu út á náttina. Eisini fingu vit vitjan
20
av limum frá Danny and the Veetos, sum spældu okkum nøkur løg. Tað var eitt sera væleydnað tiltak, sum verður endurtikið í ár. Lesandi vóru møtt úr fleiri býum í Danmark, og enntá heilt úr Svøríki og Póllandi. Møguligt er at finna tiltakið og leinkju at ogna sær at gongumerki á Facebook. Næsta tiltak verður 29. septembur 2017, har eitt nú Páll Finnur Páll koma at spæla fyri okkum í Føroyahúsinum – so minst til at seta kross í kalendaran! Tiltakið í 2016 var útselt, so tað ræður um at ogna sær atgongumerki í góðari tíð!
Vit gleða okkum at síggja teg!
LESTRARGONGA -U -UR KV1 Tað at lesandi ganga úr skeinkistaði í skeinkistað (t.d.) í fyllskapi), „ganga lestrargongd“; „hann fann sær nógvar nýggjar vinir á lestrargongu“.
21
LESANDI UTTANLANDS
FINN TÍTT FELAG KEYPMANNAHAVN Niðanfyri er eitt yvirlit yvir hvørji føroysk lestrarfeløg eru í Keypmannahavn, og hvussu tú kanst seta teg í samband við teg.
Facebook bólkur: HUMLA – Føroysk Humanioralesandi á Amager Teldupostur: humlamail@gmail.com
Røkk
SÁL
Føroysk lesandiá Roskilde Universitet Facebook síða: Røkk – føroysk lesandi á Roskilde Universitet
Føroysk Sálarfrøðilesandi Facebook bólkur: SÁL – Føroysk Sálarfrøðilesandi
BÚK FÚL
Føroyskir útisetar á Løgfrøði Facebook síða: Felag fyri Føroysk juralesandi Facebook bólkur: FÚL – Føroyskir Útisetar á Løgfrøði
22
Búskaparfrøðilesandi í Keypmannahavn Facebook bólkur: BúK KADK
Teldupostur: felag.foroysk.juralesandi@ gmail.com
Føroyingar á Det Kongelige danske kunstakademi for arkitektur, design og konservering Facebook bólkur: Føroyingar á KADK
HUMLA
LÍK
Føroysk Humanioralesandi á Amager Facebook síða: www.facebook.com/ humlafo/
Læknalesandi í Keypmannahavn Teldupostur: nevndin.lik@gmail.com Facebook bólkur: Læknalesandi í Keypmannahavn (LíK)
Samvinnan
Føroysk lesandi á CBS Facebook síða: Samvinnan – føroysk lesandi á CBS Teldupostur: samvinnan@yahoo.com Heimasíða: www.samvinnan.com
Heimasíða: www.psykolog.fo Teldupostur: sal@psykolog.fo SjÚK
Sjúkrarøktafrøðilesandi Útisetar í Keypmannahavn Facebook bólkur: SjÚK Teldupostur: sjuk.mail@gmail.com
VÁS
Verkfrøðingar á Slættanum Facebook bólkur: VÁS – Verkfrøðingar á slættanum Teldupostur: verkfrodingar@gmail.com
FØROYINGAFELØG Í DANMARK Niðanfyri er eitt yvirlit yvir nøkur av føroyingarfeløgunum í Danmark.
Ein bólkur er fyri føroyingar í Danmark samlað. Tað er:
Facebook bólkur: Føroyingar í Danmark Aalborg
Esbjerg
Horsens
Sønderborg
Facebook síða: Føroyingarfelagið í Esbjerg
Facebook síða: Føroyingarfelagið í Horsens
Facebook bólkur: Føroyingar í Sønderborg
Teldupostur: foesbjergdk@gmail.com
Facebook bólkur: Føroyingar í Horsens
Mið- og Veseturjylland
Heimasíða: www.esbjergfo.dk
Keypmannahavn
Fyn
Facebook síða: Føroyingafelagið á Fyn Teldupostur: felagid@fyn.fo
Facebook bólkur: Føroyingar í Aalborg
Heimasíða: www.fyn.fo
Aarhus
Hirtshals Facebook bólkur: Føroyingar í Hirtshals
Facebook síða: Føroyingarfelagið í Aarhus
Nuuk Facebook bólkur: Føroyingar í Nuuk
Teldupostur: foroyingafelagid@gmail.com Facebook bólkur: Föroyingar í Reykjavík
Facebook bólkur Føroyingar í Vestursjællandi
Suðurjútland
Facebook bólkur: Føroyingafelagið í Suðurjútlandi
London
Svøríki (Suðursvøríki)
Facebook síða: Føroyingar í London
Facebook bólkur: Føroyingar í suðursvøríki
Brighton
Facebook bólkur: Føroyingar í Brighton
Ísland
Reykjavík Facebook síða: Føroyingafelagið í Reykjavík
Facebook bólkur: Føroyingar í Odense
Vestursjælland
Facebook bólkur: Føroyingar í Svendborg
Facebook bólkur: Føroyingar í Århus
Grønland
Odense:
Heimasíða: www.brunnur.fo
Svendborg
Teldupostur: aarstova@aarstova.fo
UTTANFYRI DANMARK
Facebook síða: Føroyingar í Keypmannahavn.
Facebook bólkur: Føroyingafelagið í Mið- og Vesturjyllandi
Spania
Facebook bólkur: Føroyingar í Spania
Glasgow
Føroyingar í Glasgow
New Zealand
Facebook bólkur: Føroyingar í New Zealand
Bretland
Noregi
Facebook bólkur: Føroyingar í Bretlandi og Írlandi
Bergen Facebook bólkur: Føroyingar í Bergen
Týskland
Berlin Facebook bólkur: Føroyingar í Berlin
ONNUR FELØG?
Harafturat finnast hópin av feløgum, har føroyingar annars hittast – fyrivarni verður tikið við, at ikki øll feløgini eru við á hesum yvirlitinum. Tó ber til at leita eftir feløgum á Facebook ella Góð leitiorðum so sum: „Føroyingafelagið í“ og „Føroyingar í“ og kanna um tú kanst seta teg í samband við onkran á tínum staði. Vit eru her fyri at hjálpa tær! Tú ert altíð vælkomin at seta spurningar til MFS á Facebook síðu okkara Meginfelag føroyskra Studenta ella við at skriva okkum ein teldupost á mfs@mfs.fo
23
MFS FORMANSFRÁGREIÐING
/ 26
F I S K I V I N N U T I L TA K
/ 28
FLAGGDAGSHALD
/ 30
F Ø R OYA N E V N D I N
/ 32
H E V U R M F S B R Ú K F Y R I A L T J Ó Ð A S A M S TA R V I ?
/ 33
H VAT E R M F S ?
/ 34
K E Y P M A N N A H AV N A R N E V N D I N
/ 38
KO M M U N U VA L
/ 40
KYN – LEIKLUTIR – ÁBYRGD
/ 42
MARKLEYS ÚTBÚGVING
/ 44
PISUDAGAR
/ 46
M F S Á I N S TA G R A M
/ 47
R Æ S T K J Ø TAV E I T S L A N
/ 48
S T R Í Ð I Ð U M N O R Ð U R L E N D S K T S A M S TA R V
/ 50
T V E I R H Ø V U Ð S S TA Ð I R - E I N V E I T S L A
/ 54
H O R N I Ð : E R U TA L G I L D U F Ø R O YA R N Ó G U M FATA N D I ?
/ 57
25
MFS
FORMANSFRÁGREIÐING:
Eitt gott ár fyri lesandi 2016 MÁ ROKNAST SUM EITT SERA GOTT ÁR FYRI FØROYSKT LESANDI. MILLUM TEY ÁTØKINI, SUM HAVA GJØRT STÓRAN MUN HJÁ FØROYSKUM LESANDI, ER TAÐ STÓRSTA ÁTAKIÐ NOKK TAÐ, AT LESTRARSTUÐULIN HÆKKAÐI. HER ER TALAN UM FLEIRI UPPHÆDDIR, SUM VÓRÐU BROYTTAR, MEN TAÐ, SUM TEY FLESTU NOKK LØGDU TIL MERKIS VAR, AT STUÐULIN VAKS VIÐ 500 KR. 1.JANUAR 2017 OG ER SETTUR AT HÆKK ENN MEIRA KOMANDI ÁR.
E Navn: Torstein Jóhannes Fríðfinsson Bústaður: Keypmannahavn Útbúgving: Verkfrøðingalesandi á Danmarks Tekniske Universitet
26
isini eru stuðulin til einstøk lesandi farin nógv upp, her er tað serliga stuðulin í 12 mánar, sum restin av teimum lesandi í Føroyum eisini fara at fáa komandi ár. Líka síðan lestrar stuðulin bleiv lækk aður í 2010, hevur tað verið eitt mál hjá MFS at fáa lestrarstuðulin hækkan aftur. Vit í MFS hava roynt at gjørt okkara fyri at hetta skuldi henda, og tað hevur nú givið úrslit. Javnan hava lesandi í Føroyum verið út í miðlinum og greitt frá, at tey hava ringt við fáa dagin at hanga saman fíggjarliga, og at tey verða noydd at fara til arbeiðis aftan á ein langan skúla dag, tí at annars hava tey ikki ráð at liva. Men vend er við at koma í, og fyrsta stigið er longu komið, og vit í MFS fara framvegis at arbeiða fyri,
at lesandi í Føroyum skulu hava betri sømdir. Tað er eisini stór broytin í lestrarmøgu leikunum í Føroyum. Fyri fyrstu ferð bjóð ar Fróðskaparsetur Føroya eina bachelor útbúgving í búskaparfrøði. Hetta er eitt sera stórt stig fyri lestrar umhvørvið í Føroyum, Fróðskaparsetri og fyri Føroyar. Vit fara altíð at hava brúk fyri búskap arfrøði, og at vit nú útbúgva búskapar frøðingar sjálvi, fer heilt sikkurt at verða gott fyri tað føroyska samfelagið. Hetta fer sikkurt eisini er verða ein liður í einari hugburðsbroyting í Føroyum í mun til virðingina fyri búskaparfrøði. Tey seinastu árini hevur bústaðar trupulleikin eisini verið nakað, sum hevur rakt tey lesandi í Føroyum hart, í nógv ár hevur tað so at siga ikki verið
Eg havi sum Leirvíkingur ikki tann stóra kunnleikan ella kærleikan til júst hendan bygningin, men eg dugi at síggja, at fyri nógv lesandi í Føroyum, og kanska serliga tey, sum hava gingið í skúla har, fer tað at verða nakað heilt serligt at búgva í Kommunuskúlanum eitt stað hjá lesandi at búleikast í felags skapi saman, uttan so at nøkur leiga eini hús saman. Men so er ikki longur, á ólavsøkur í ár verður nýggja kollegi ið í gamla Kommunuskúlanum tikið í nýtslu. Finsen er navni, eftir Niels Ryberg Finsen. Vit í MFS eru sera fegin fyri hesa framgongd. Og gleða okkum til onnur komandi prosjekti viðvíkjandi lestrar íbúðum. Eg havi sum Leirvíkingur ikki tann stóra kunnleikan ella kærleikan til júst hendan bygningin, men eg dugi at síggja, at fyri nógv lesandi í Føroyum, og kanska ser liga tey, sum hava gingið í skúla har, fer tað at verða nakað heilt serligt at búgva í Kommunuskúlanum. Tað eru 37 kømur, sum skulu fyllast, júst tað er ikki so serliga nógv, men tað er ein góð byrjan. MFS hevur eisini havt stóra framgongd seinasta árið. Her verður serliga hugsað um, at vit hava fingið eina nýggja og virkna nevnd í Føroyum. Ímillum tiltøkini, sum tann nýggja nevndin hevur staðið fyri, er tiltakið Fiskivinnan – so at tú skilur hana, sum var í mars mána. Komandi árið fer heilt sikkurt eisini at hava nógvar avbjóðingar fyri MFS. Tað eru enn nógv mál hjá MFS, sum enn ikki eru nádd. Her kann millum annað hugs ast um atkvøðurættin hjá Føroyskum lesandi uttanlands til komandi fólkaat kvøðu, sum verður 25. Apríl í 2018. Vit í MFS vóna at Føroya Landstýri og løg tingið fara at hava tey lesandi í huganum, tá ið tey fara undir at gera mannagongd arinnar til fólkaatkvøðuna, um ikki so skulu vit minna tey á tað. Torstein Jóhannes Fríðfinsson Formaður í MFS
27
MFS
Rithøvundur:Barbara Gaardlykke Apol
FISKIVINNA FYRI DUMMIES UPPBOÐSØLA, FISKIDAGUR, KVOTA, STRÁÐMAÐUR, HÆGST BJÓÐANDI OG LÆGST BJÓÐANDI … HETTA ERU ORÐ, SUM HAVA FYLT MIÐLALANDSLAGIÐ TEY SEINASTU ÁRINI, MEN HVUSSU NÓGV FÆR „VANLIGI“ FØROYINGURIN Í ROYND OG VERU BURTURÚR? NÚ TÁ IÐ MINNI ENN EITT ÁR ER TIL, AT FISKIVINNAN SKAL NÝSKIPAST, SKIPAÐI FØROYANEVNDIN HJÁ MFS FYRI UPPLÝSANDI TILTAKI UM FISKIVINNU.
FISKI VINNA FYRI ØLL?
Á
heysti 2016 var alt á gosi í Føroyum, tí nú var loksi ns komi ð ál it út, og nú skuldi fiskivinnan í Føroy um skipast av nýggjum. Vit vóru fleiri í nevndini hjá MFS, ið vóru samd um, at vit ikki í nóg stóran mun skiltu, hvat gekk fyri seg og høvdu varhugan av, at tað vóru nógv onnur í somu støðu sum vit. Tí fóru vit undir at skipa fyri tiltøkum, ið skuldu greiða frá fiskivinnuni, hvussu hon er, hví hon skal broytast, og hvussu hon skal broytast. Hetta var eitt evni, ið er so týdningarmikið at skilja, at vit gjørdu av, at bæði nevndin í Keypmannahavn og í Føroyum skuldu skipa fyri sama tiltaki – við ymiskum fólkum, sum luttóku.
28
T
ankin handan tiltakið var, at fyrst skuldi formaðurin í nýskipanar bólkinum undir Fiskimálaráðn um, Johnny í Grótinum, greiða frá um fiskivinnu sum heild. Fyri síðan at skilja, hvørjar tær ymisku meiningarnar á økinum eru, bjóðaði MFS fýra framstandandi persónum innan fiskivinnuna at kjakast. Hesi vóru Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnu málum, Magni Laksafoss, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, og Hanus Hansen, reiðari. Tiltakið varð hildið í Smæruni hjá Starvsmannafelagnum mikudagin 1. mars 2017. Orðstýrarin Djóni Højgaard
byrjaði kvøldið við at greiða stutt frá søgu ligu, politisku gongdini í fiskivinnuni í Føroyum fram til í dag. Johnny í Grótinum greiddi frá tilmæli hjá nýskipanarbólkinum, um týdningin av at hava eina skipan at umsita fiski rættindi, teir ymsu mátarnar at umsita, tilfeingisrentu og um fyrimunir og vansar við ymsu skipanunum. Kjakið, sum var seinasta innslagið á kvøldinum, var lívligt og hildið á einum siðiligum – men eisini áhoyraravinarlig um – støði. Áleið 150 fólk vóru til tiltakið, og til ber at síggja sjónbandaupptøku av øllum tiltakinum á heimasíðuni hjá MFS
Rithøvundar:Brim Hoydal og Kristianna Dal Jákupsdóttir
FISKIVINNA – SO TÚ SKILIR HANA 27.
oktober 2016 skipaði MFS fyri tiltaki um føroysku fiskivinnuna í Føroyahús inum í Keypmannahavn. Endamálið við tiltakinum var at geva innlit í føroysku fiskivinnuna umframt at viðgera upp skotið um nýggja fiskivinnuskipan, ið varð løgd fram í byrjanini av oktober.
Byrjað varð við kunnandi framløgu, har Malan á Dunga, búskaparfrøðingur, setti okkum inn í fiskivinnuna. Eftir tað varð pallborðskjak á skránni, har kjakast varð um nýggja tilmælið við serligum atliti á burðardygga veiðu og býtið av fiskiríki døminum. Til kjakið vóru Høgni Hoydal, fiskivinnumálaráðharri, Magni Laksafoss,
løgtingslimur, Anfinn Olsen, reiðari og formaður í reiðarafelagnum, Eydna í Homrum, lívfrøðingur og umboð fyri Havstovuna og Heri á Rógvi, búskapar frøðingur. Tiltakið var sera væl eydnað, og væl var uppmøtt. Vit fóru avgjørt heim aftur eitt sindur klókari enn áðrenn.
29
MFS
Flagg dagshald Á REGENSEN
Navn: Katrin Fríða Jógvansdóttir Lestrarland: Danmark Útbúgving: Løgfrøði á Københavns Universitet
30
25.
apríl skipaði Keypmanna havnarnevndin hjá MFS fyri flaggdagsh aldi á garði, har Merkið á sinni varð teknað. Petur Háberg helt flaggrøðu og tað var sera góð undirtøka, tá føroysku flagg sangirnir vóru sungnir. Hóast tað hevði hug at sirma, var tað gott lag á teimum umleið 70 fólkum ið vóru til staðar. MFS bjóðaði kaku, te og kaffi, og juice til børnini. Harafturat var møguleiki at keypa føroyskar øl fyri ein bíligan pen ing. Tað síðsta á skránni var, at fólk ið
høvdu áhuga, fingu rundvísing inni á Regensen, har framsøgumaðurin m.a. greiddi okkum frá gomlum søgum um hvussu studentagarðurin var og verður rikin, hvar Merkið varð teknað, og eisini nakrar stuttligar og áhugaverdar søgur. Samanumtikið var tað eitt væleydnað tiltak, ið verður endurtikið næsta ár! So ert tú búsitandi í Keypmannahavn – ella ert har umleiðir um ta tíðina - er at leita tær á Regensen!
31
MFS
FØROYANEVND MFS Navn: Bárður Clementsen Lestrarland: Føroyar Útbúgving: B.S.Sc in Social Sciences (Politics and Administration) á Fróðskaparsetur Føroya
V
ið tí vaksandi mongdini av les andi, ið velja Føroyar sum lestrar stað, og við tí fyri eyga at stimbra um lestrarlívið í Føroyum, hevur MFS valt bæði at flyta skrivstovu sína til Føroya og at seta Føroyanevndina aftur á stovn. Før oyanevndin (2016-2017) er mannað av 10 fólkum og hevur aðalfund í byrjanini av nýggja lestrarárinum hvørt ár. MFS er eitt felag, sum leingi hevur arbeitt fyri at umboða føroysk lesandi bæði úti og heima. Hetta er tað arb eiðið, Føroyanevndin tekur fast um her á klettunum. Føroyanevndin skipar fyri tiltøkum, veitslum og virkar fyri mong um øðrum viðurskiftum, ið bæði eru viðkomandi fyri lestur í Føroyum og fyri at stimbra um tað føroyska lestrarlívið.
KOM VIÐ! Tað er ógvuliga hugvekjandi at arbeiða við lestrarviðkomandi málum í Føroyum sum lesandi, serliga tí tað føroyska lestr arlívið er nakað, ið hevur verið so lítið ment seinastu árini. Ert tú lesandi her í Føroyum? Tekur tú alla tína útbúgving her? Ella kanska ert tú bara komin framvið í eitt ella tvey semestur? KOM VIÐ! Tú kanst altíð skriva til okkum ella koma á aðalfund og gerast partur av arbeiðnum, har vit menna teir føroysku lestrarkarmarnar og stimbra lestrarlívið. Aðalfundur verður lýstur á Facebook.
LIMIR Í NEVNDINI: Bárður Clementsen, formaður | Hervør Pálsdóttir, næstformaður Tór Marni Weihe, Kassameistari | Barbara Gaardlykke Apol, skrivari | Linda Klein, Anne Melchior Hansen, John Johannesen, Rannvá Baianstovu og Tráin Petursson Nónklett
32
HEVUR MFS BRÚK FYRI
ALTJÓÐA SAMSTARVI?
T
ýningurin av útbúgvingarligum samstørvum, sum røkka út um landoddarnar er stórur. Tað er her at ein lestrarfelagsskapur kann fáa innlit í tey rák og tiltøk, sum verða framd útbúgv ingarliga uttanlands. Hetta hevur leitt til, at MFS hevur sett sær fyri, at styrkja samstarvið við systirfelagsskapirnar í balt isku- og norðanlondum umvegis ein felagsskap, ið kallast Nordiskt Ordførara Møte, NOM. Við at innganga í samstørv við samhug aðar lestrarfelagsskapir, kann Meginfelag Føroyskra Studenta fáa kunnleika og íblástur um lestrarviðurskiftir uttanlands. Hetta kann m.a. snúgva seg um hvussu onnur long praktisera útbúgving í breið an mun og kann verða ein lykil til eitt virðismikið vitanargrundarlag í einum altjóða útbúgvingarpolitiskum landslagi,
har vitanardeiling uppstendur millum lestrarfelagsskapirnir. Í mun til aðrar felagsskapir er MFS ein lítil lestrarfelagsskapur, við avmarkaðari arbeiðsmegi og spenningsvídd. Tískil kann eitt altjóða samstarv virka sum eitt avvekslingsamboð – eitt amboð, har vit anardeiling fyrigongst, ið kann brynja MFS sum lestrarfelagsskap, við m.a. at gera hann betri umboðandi fyri lesandi. Vælfunderaði innlit í sosial viðurskiftir eru altavgerandi, um MFS á bestan hatt skal kunna koma við kvalifiseraðum boðum uppá hvussu útbúgving og út búgvingarviðurskiftir skulu tillagast, tá ið MFS politiskt verður tikið uppá ráð. Hetta ger seg m.a. galdandi í hesum døgum, har Mentamálaráðið hevur ætlan um at hækka lestrarstuðulsupphæddirnar tey komandi árini.
Navn: Terji Beder Lestrarland: Danmark Útbúgving: Stud.Cand.Soc í Útbúgvingarvísindi
33
MFS
HVAT ER
MFS?
MFS (MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA) ER FELAGSSKAPURIN HJÁ TEIMUM FØROYSKU LESANDI.
Navn: Torstein Jóhannes Fríðfinsson Bústaður: Keypmannahavn Útbúgving: Verkfrøðingalesandi á Danmarks Tekniske Universitet
34
V
it eru til taks at hjálpa við at bata um viðurskiftini hjá teimum les andi kring allan heimin. Vit eru stovnurin, sum tit kunnu venda tykkum til, tá ið tað er okkurt, sum tykkum ikki dámar. Tit hava eisini møguleikan at koma við tankum, um tað er okkurt, sum tit halda skuldi verið øðrvísi hjá okkum. MFS er umboðað av lesandi, ið arbeiða miðvíst fyri at troka á og gera vart við viðurskifti, ið á einhvønn hátt ávirka tey lesandi. MFS hevur síðan 1962 arbeitt fyri viðurskiftunum hjá teimum lesandi, og tískil hevur
felagið drúgvar royndir við at ganga á odda, tá ið átøk verða framd og uppskot løgd fram. Av tí at vit eru tann almenna røddin hjá teimum lesandi og eru við, tá ið upp skot og lógir, sum fevna um tey lesandi, verða viðgjørd, hava vit ávirkan á politisku skipanina og tær lógir, sum koma harfrá. Vit royna okkara besta at veita hjálp til øll støð, har ið føroysk lesandi eru. Vit hava millum annað havt nevndir í Íslandi, Avstralia, Norra, Bretlandi, Danmark og Føroyum. Í løtuni eru tað nevndir í Før oyum og Danmark.
Hevur tú hug at stovna eina deild, har tú lesur, so er tað bert at fara í gongd – vit skulu nokk hjálpa tær.
HVÍ SKAL EG KOMA VIÐ Í MFS? Í MFS er tað møguligt hjá tær at fáa drúgvar royndir innan alt frá fyriskipan av tiltøkum og skriva lesarabrøv til at verða blaðstjóri. Tú kemur í samband við onnur lesandi, sum hava somu áhugamál sum tú, og sum kunnu koma við einum ískoyti, tá ið tú hevur eitt hugskot. MFS er ein sera mennandi felagsskapur, sum hjálpir tær við at menna teg sum persón og sum lesandi. „Kom við! Tú kanst gera mun!“. Hetta eru orð, mann ofta hoyrir frá fólki, tá ið tey vilja hava teg at koma við í einhvønn felagsskap, men hetta er veruleikin í MFS. Her gera vit øll mun, og eingin kann ella vil forða tær í nøkrum, um tú hevur eitthvørt ynski.
MFS er umboðað av lesandi, ið arbeiða miðvíst fyri at troka á og gera vart við viðurskifti, ið á einhvønn hátt ávirka tey lesandi
MFS Á CV’NUM MFS á CV’num er nógv vert, tá ið tú eina ferð skalt út at søkja arbeiði. Hetta leggur upp til, at arbeiðsgevarin sær, at tú ert ein ágrýtin persónur, ið hevur áhuga í at ávirka tað umhvørvið, sum tú ert í. Men tú skalt ikki einans koma við í MFS fyri at pynta um CV – mest av øllum er tað, at tú kennir, at tú gert mun. Tað at vera lesandi kann onkuntíð vera keðiligt. Og tú kanst ofta sita og ivast í, hvat meiningin við øllum hesum er, og hvat tú skalt brúka hetta til. Tá er tað heilt einfalt deiligt at hava okkurt við síðuna av lestrinum, sum tú kanst arbeiða við. Har tú sært, at tú gert mun, ting henda, fólk lurta eftir tær, og tú samstarvar við onnur lesandi.
RÁÐIÐ HJÁ MFS Ráðið verður sambært reglugerðum felagsins valt á ársaðalfundi og kann í mesta lagi verða sett saman av 11 ráðs limum. Ráðið skipar seg á aðalfundinum við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Ráðið er hægsti myndug leiki í MFS og virkar sum savningardepil fyri virkseminum í nevndunum. Ráðið er so at siga tann politiski part urin av MFS, og tað er her, viðkomandi mál teirra lesandi verða viðgjørd og um rødd. Ráðið tekur sær eisini av teimum
uppgávunum, sum liggja uttan fyri arbeiðið hjá nevndunum, til dømis at føra bókhald og at skipa fyri tiltøkunum „Markleys Útbúgving“ og „Jobmatch“. Ráðið hevur eisini ábyrgd av blaðnum hjá MFS, „Fjølnir“. Av tí at MFS er á fíggjarlógini, ger tað okkara fíggjarligu støðu góða. Teir pengarnir, sum vit fáa frá landinum, fara millum annað til lønir, tiltøk og annað virksemi, ið upplýsir ella hjálpir teimum lesandi.
NEVNDIR Undir ráðnum eru nevndirnar. Tær arb eiða við lestrarviðkomandi málum í ein um rættiliga breiðum týdningi. Nevndirnar hjá MFS eru so at siga hjart að í MFS, og tað er her, alt fótarbeiðið fer fram, og tað eru vanliga tey, sum tú møtir. Sum dømi kann kenda ræstkjøtaveitslan hjá nevndini í Danmark nevnast, sum verður hildin um veturin. Nevndirnar virka í stóran mun óheftar av yvirskipaða ráðnum. Tær skipa fyri tiltøkum, veistlum og virka fyri ítøkiligum viðurskiftum hjá teimum lesandi júst har, tey eru. Tað er lættari at skipa fyri
tiltøkum, um ein er við í MFS, av tí at MFS kann veita fíggjarligan stuðul. MFS hevur hópin av royndum, og hetta gagnnýta lokalfeløgini til at gera lestrarlívið meira spennandi hjá teimum lesandi. Hvør deild hevur ein formann/kvinnu og nakrar limir. Hvussu deildirnar skipa seg, gera deildirnar sjálvar av.
SKRIVSTOVAN Alt arbeiðið hjá MFS er sjálvboðið, tó hava vit eitt skrivstovufólk, sum er sett í starv hjá okkum. Skrivstovufólkið heldur mill um annað roknskapin og førir bókhald, og er hetta eitt 10 tímar lestrarstarv. Í løtuni er tað Barbara Gaardlykke Apol, sum er skrivstovufólk hjá MFS.
SØK MFS UM STUÐUL TIL HEIMFERÐINA MFS hevur í nógv ár havt ein ferðastuð ulsgrunn, Flogvit, sum kann veita tær stuðul til ferðaseðil heim í samband við eina uppgávu ella annað, ið hevur við føroysk viðurskifti at gera. Tú kanst síggja umsóknarfreist og lesa meira um Flogvit á heimasíðuni hjá MFS: www.mfs.fo.
35
MFS
MFS RÁÐIÐ
F
undurin byrjaði við, at virkandi formaðurin, Torstein Jóhannes Fríðfinsson, greiddi frá gongdini seinasta árið. Síðani komu landstýris kvinnan, Kristina Háfoss, og fyrrverandi forkvinnan í MFS, Katrin Apol, at greiða frá teirra tíð í MFS, og hvønn týdning MFS hevði havt fyri tær persónliga, bæði undir og eftir lesnað. Eisini spældi Høgni Lisberg nøkur løg. Nýggja ráðið í MFS, sum savnaðist eftir fundin hóskvøldið, hevur sett sær fimm økir, sum tey ætla at arbeiða við tað komandi árið.
TEY FIMM ØKINI ERU: ›› At leggja trýst á politisku myndug leikarnar um at koma við einari lang tíðarætlan fyri føroyska lestrarstuðulin. ›› At virka fyri at fleiri lestrarstørv verða í Føroyum. ›› At tað skulu koma fleiri lestraríbúðir í Føroyum. ›› At gera tað lættari hjá føroyskum útisetum at skráseta seg til løgtingsval, og at styrkja um samstarvið við onnur norðurlendsk lestrarfeløg. ›› At skipa eina sterka nevnd, sum fer at vera sjónlig í føroyska lestrarlívinum.
NÝGGJA RÁÐIÐ HJÁ MFS: Torstein J. Fríðfinsson, formaður | Lív E. Olsen, næstforkvinna | Katrin Fríða Jógvansdóttir, skrivari Poula Lassen, kassameistari | Bárður Clementsen, ráðslimur | Anne M. Hansen, ráðslimur Linda Klein, ráðslimur | Helena Jørmundsson, ráðslimur | Terji Beder, ráðslimur Guðrun Durhuus, ráðslimur | Guðrun Jacobsen, ráðslimur Tiltakslimir vórðu vald Marjun Lindarstein og Eirikur Sanderson
36
Fá 30.000 skattafrítt
Tá ið tú sum lesandi uttanlands kemur til Føroya at arbeiða í frítíðini, kanst tú fáa 30.000 tær fyrstu krónurnar skattafrítt. Hetta er ein møguleiki, sum Føroya løgting vil geva tær fyri at javnseta teg við tey, sum lesa í Føroyum. Fyri at fáa møguleikan, skalt tú søkja um hann. Tað gert tú á heimasíðuni hjá TAKS á www.taks.fo/30000. Har kanst tú eisini lesa meira um møguleikan.
ANNIJANNI
Gev gætur: Lógarliga eitur hetta at søkja um at varðveita skattskylduna í Føroyum. Hetta er ein heldur óneyv orðing, tí tú rindar framvegis tín vanliga skatt í landinum, sum tú lesur í. Talan er um eina eyka hjálp, sum Føroyar vilja geva tær sum lesandi, meðan tú ert heima og arbeiðir.
www.taks.fo
MFS
Myndin varð tikin til Ræst kjøtaveitsluna, ið nevndin skipar fyri á hvørjum árið.
KEYPMANNA HAVNARNEVNDIN HVØRJI ERU VIT?
Navn: Katrin Fríða Jógvansdóttir Lestrarland: Danmark Útbúgving: Løgfrøði á Københavns Universitet
Keypmannahavnarnevndin hjá MFS er í løtuni mannað av 18 fólkum, og í byrj anini av lestrarárinum er aðalfundur, har nýggj nevnd verður skipað. Arbeiðið hjá nevndini snýr seg í høvuðsheitum um at skipa fyri tiltøkum, bæði ymisk og afturvendandi, umframt at taka sær av vanganum á Instagram.
HVAT GERA VIT? Nevndin skipar fyri 3-4 tiltøkum hvørja árshálvu um evni, vit meta vera umráð andi, áhugaverd ella evni, sum vit meta, at ljós átti at verið varpað á. Tiltøkini í lestrarárinum 2016/17 hava fevnt seg um kommunuvalið í Føroyum, fiskivinnu nýskipan, kyn/leiklutir/abyrgd og ikki at gloyma væl umtóktu ræstkjøtaveitsluna og flaggdagshald á Regensen. Til tiltøk ini luttaka vanliga 50-120 fólk, og øll eru vælkomin til tiltøkini, ið oftast eru í Føroyahúsinum ella á Norðuratlants bryggjuni. Í ár hava vit eisini havt fleiri spennandi samstørv. Eitt nú hava vit samstarvað við Granskingarráðið og havt kunningartil
tak um stuðulsmøguleikar til tína verk ætlan. Harafturat tosa vit javnan við grønlendska lestrarfelagið Avalak, har vit geva íblástur til hvønn annan um, hvussu vit kunnu arbeiða fyri at gera lestrarlívið enn betri hjá føroyingum uttanlands. Vit samstarva eisini við hini lestrarfeløgini í Keypmannahavn fyri at hjálpa, tá spurningar um lestrarviðurskifti stinga seg fram og um Lestrargonguna, ið er eitt tiltak, har føroysk lesandi hittast og hugna sær.
KOM VIÐ! Um tú ert áhugað/ur at vera við í arb eiðnum hjá MFS í Keypmannahavn ella bara at hoyra meir um okkara virksemi, ert tú vælkomin á aðalfund í viku 36. Tíð og stað fyri aðalfundin verður kunngjørt á Facebook-síðu okkara. Til ber at fylgja okkum á Facebook-síð uni hjá MFS, og um tú hevur spurningar til okkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á: www.facebook. com/MFStudenta ella mfs@mfs.fo
Vit vóna at hitta tykkum skjótt!
LIMIR Í KEYPMANNAHAVNARNEVNDINI ERU: Katrin Fríða Jógvansdóttir, forkvinna | Guðrun Durhuus, næstforkvinna | Eirikur Høgni Sanderson, kassameistari Kristianna Dal Jákupsdóttir, skrivari | Ruth Winther Poulsen, Miðlafólk | Vár Fríða Egilsdóttir Broca, myndafólk Poula Lassen, Instagram | Guðrun Jacobsen, Torstein Jóhannes Fríðfinsson, Lív Egilsdóttir Olsen, Emil Biskopstø, Elin Sofía á Tjaldrafløtti Vestergaard, Brim Hildardóttir Hoydal, Silja Joensen, Tummas J. Danielsen, Bjørg Josephsen og Elsa Jónsdóttir Jóhansen
38
Tak arbeiðsloysisstuðilin við tær Nú kanst tú søkja starv í Føroyum ella Danmark og fáa arbeiðsloysisstuðulin við tær. Sum arbeiðstøk/ur við rætti til arbeiðsloysisstuðul kanst tú frá fyrsta arbeiðsloysisdegi taka arbeiðsloysisstuðulin við tær úr Danmark til Føroya, ella øvugt, tá tú fert at leita eftir arbeiði. Tú kanst leita eftir arbeiði í upp til 3 mánaðir við rætti til arbeiðsloysisstuðul. Hesi rættindi fevna eisini um persónar, ið hava rætt til danskar dimittenddagpengar, millum annað føroyingar, sum eru limir í donskum a-kassa og hava lokið útbúgving.
!
Tað er týdningarmikið, at tú setir teg í samband við a-kassan í Danmark, áðrenn tú flytur til Føroya, ella ALS, um tú flytur til Danmarkar.
Tinghúsvegur 14 • Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn Tel +298 349 550 • Faks +298 349 551 • T-postur als@als.fo
sansir.fo
Leita eftir starvi í Føroyum ella Danmark
MFS
Kommunuvalið
2016
Í
samband við kommunuvalið í Føroy um tann 8. november 2016, skipaði nevndin hjá MFS í Keypmannahavn fyri einum hugnaligum tiltakið í Føroya húsinum. Kommunuvalið hesaferð var sera spennandi. Í Havn var spenningur um hvussu tað fór at hilnast hjá Heðin Mortensen, og um Annika Olsen fór at gera eitt gott val. Í næststørstu kom mununi var spenningur um hvussu tað fór at gangast dámliga borgarstjóran um Jógvan Skorheim. Millum annað av hesum orsøkum vóru fitt av fólki møtt upp á vesterbrogade 17 í hugnaligu hølunum hjá Føroyahúsinum. Valsend
40
ingin hjá KVF varð víst á stórskíggja, og fólk prátaðu óført um ymisk politisk evnir. Tiltakið byrjaði við, at forkvinnan í Keypmannahavnar nevndini hjá MFS, Katrin Fríða, bjóðaði vælkomin, síðani hugleiddi Eirikur í Jákupstovu um ymisk aktuell evnir sum høvdu samband við kommunuvalið. Restina av kvøldini fylgdi fólk væl við tí sum fór fram á stórskíggjan um, og nøkur valdi at keypa sær okkurt gott í barrini sum var opin hetta kvøldið. Kvøldið eydnaðist væl, kanska serliga tí at umstøðurnar hjá Føroyahúsinum eru frálíkar til tílík tiltøk.
KOMMUNUVAL Á HEYSTI 2016 VAR KOMMUNUVAL Í FØROYUM, OG SJÁLVANDI HEVÐ MFS TILTØK, BÆÐI Í FØROYUM OG Í KEYPMANNAHAVN. HVÍ BÚGVA HJÁ MAMMU, TÁ EG KANN BÚGVA Á OYRASUNDI?
F
øroyanevndin hjá MFS skipaði fyri pallborðskjaki í Smæruni í Tórs havn. Kjakið varð býtt í tvey, ávika vist í eldri og yngri valevni fyri at fáa sjón armiðini hjá báðum aldursbólkunum við. Tiltakið byrjaði við at Beinta Løwe Jacobsen hugleiddi eitt sindur um kommunupolitikk og framtíðar avbjóðar. Síðan var fyrsta runda av pallborðinum, har Bogi Andreassen, Kaj Leo Holm
Johannesen, Tróndur Sigursson, Gunnvør Balle og Sissal Kristiansen kjakaðust um tann stóra eftirspurningin eftir lestraríbúðum og hvørjar ætlanir tey høvdu, eitt nú við at samstarva við Fróðskaparsetur Føroya um at gera eitt kampus-øki. Síðan var onnur runda, har tey yngri valevnini, Eyðun Poulsen, Hákun Skoubo Dalsgaard, Tráin P. Nónklett og Aleksandur L. Olsen, kjakast um hvørt skeinkistøðini skulu sleppa at hava long ur opið og um lestrarstørv.
Navn: Katrin Fríða Jógvansdóttir Lestrarland: Danmark Útbúgving: Løgfrøði á Københavns Universitet
41
MFS
Kyn / Leiklutir / Ábyrgd
H Navn: Elin Sofía á Tjaldrafløtti Bústaður: Keypmannahavn Lesur: Antropologi á Københavns Universitet
42
vat eyðkennir eina føroyska kvinnu, hvat eyðkennir ein før oyskan mann, og hvønn leik lut spæla kynini í samfelagnum? Hesir spurningar vóru settir til MFS-tiltakið KYN / LEIKLUTIR / ÁBYRGD, ið var hildið í Føroyahúsinum í vár, sum MFS-Keyp mannhavnnevndin stóð fyri. Til tiltakið høvdu vit fingið tríggjar nýútbúgvnar kvinnur at halda fyrilestur. Í samband við serritgerð sína í sálar frøði og mentan hevur Annika Steintórs dóttir Biskupstø gjørt eina kanning um sjómanslívið í Føroyum. Til tiltakið greiddi Annika frá, hvussu føroyskir sjómenn uppliva og handfara skiftið ímillum sjómanslívið og familjulívið. Eisini setti hon spurnartekin við, um lívshátturin er í samljóði ella í stríð við samfelagsrákið, og vísti hon eisini á, hvussu leikluturin hjá føroyska sjómanninum er í broyting, og hvørjar avleiðingar tað hevur. Maria Hansen, kandidat í sosiologi frá Stockholms Universitet, hevði eisini eina framløgu, ið tók útgangsstøði í serritgerð hennara. Maria hevur kannað saman hangin millum løn, kyn og kynsbýti í ymiskum starvsbólkum á føroyska arb
eiðsmarknaðinum. Til tiltakið legði hon fram úrslit, sum hon er komin fram til, ið millum annað vísa, hvussu arbeiðis- og lønarviðurskfitini í mun til kynsbýtið eru í Føroyum. Til seinast gav Bjørk Maria Kunoy, ákærufulltrúi hjá løglegruni í Føroy um, eina lýsing av barsilsskipanini og greiddi frá hvørji rættindi og skyldur foreldrini hvør í sær hava í samband við barnsburðarfarloyvi. Samstundis heðvi hon eina kritiska hugleiðing av, hvat rættarstøðan hevur at siga fyri rættindini og møguleikarnar bæði hjá mammuni og pápanum heima og á arbeiðsmarknaðinum. Uppmøtingin á tiltakinum var sera góð, við einum 70 fólkum til staðar. Und an tiltaki høvdu vit gjørt tveir filmar og lagt teir á Facebook og Youtube, har vit høvdu vitjað á Oyrasundi fyri at spyrja bæði mannfólk og konufólk um hvat eyðkennir tann føroyska mannin og ta føroysku kvinnuna. Stuttligt var at hoyra, hvussu ymiskt sjónarmiðini hjá fólki vóru – og tó ikki allíkavæl. Filmarnir kunnu síggjast á Facebook síðuni hjá Megin felag Føroyskra Studenta.
MFS
MARK LEYS
út búgv ing Navn: Katrin Fríða Jógvansdóttir Lestrarland: Danmark Útbúgving: Løgfrøði á Københavns Universitet
44
MARKLEYS ÚTBÚGVING SAVNAR ØLL MIÐNÁMS SKÚLALESANDI KRING LANDIÐ TIL EITT STÓRT UPPLÝSINGARTILTAK Í NORÐURLANDAHÚSINUM UM ÚTBÚGVING Á KLETTUNUM OG UTTANLANDS. Á TILTAKINUM FÁA NÆMINGARNIR ÍBLÁSTUR OG VITAN UM TA STÓRU LESTRARAVGERÐINA.
Tí fjølbroyttir útbúgv ingarmøguleikar geva okkum eitt fjølbroytt fólk við nógvum ymsum førleikum
T
ey lesandi velja tríggjar ella fýra framløgur um ymsar útbúgvingar. Umframt allar føroysku útbúgv ingarnar, var eisini møguligt at hoyra frá eitt nú Danmark, Noregi, Svøríki, Frak landi, Íslandi, Póllandi og Stóra Bretlandi. Eisini er møguligt at tosa við veiðleið arar og lesandi á hægri útbúgvingar stovnum í serligum básum. Í básunum verða umboð frá føroyskum útbúgving arstovnum, umboð úr norðurlondum og øðrum londum í og uttan fyri Europa. Harafturat luttaka bæði nú- og fyrrver andi føroysk lesandi at geva góð ráð.
MFS OG MARKLEYS ÚTBÚGVING MFS er við til at skipa fyri Markleys Útbúgving, og hava vit roynt at funn ið fleiri lesandi kring knøttin at greiða frá sínari lestrarleið. Saman við lestrar vegleiðarum frá ymisku støðunum fáa miðnámsskúlalesandi eina breiða mynd av tí, tey ynskja sær at lesa. Eisini ein meira persónlig mynd verður tøk at fáa av møguliga lestrarstaðnum. Mong eru útbúgvingarstøðini, og Markleys Útbúgv ing er við til at vísa tey lesandi á eina gongda leið. Vit í MFS fara at royna at vera partur av MÚ so leingi, vit kunnu, og tað er eisini heilt greitt hví: Tí fjølbroyttir útbúgving armøguleikar geva okkum eitt fjølbroytt fólk við nógvum ymsum førleikum. MÚ hevur eisini seinastu árini broytt útbúgv ingarmynstrið. Týðiliga sæst, at til dømis eru fleiri, ið velja Stóra Bretland, Pólland og onnur lond. Markleys Útbúgving verður aftur í 2017, og tá er tað at møta upp og kunna seg um møguleikarnar.
45
MFS
Pisudagar fyri 10. ferð
Tá pisudagar vóru í Klaksvík spældu Danny & the veetos nøkur løg fyri okkum.
PISUDAGAR ER EIN GYLTUR MØGULEIKI HJÁ TÆR, IÐ FER UTTAN LANDS AT LESA, AT KOMA SO GOTT Í GONGD SUM TIL BER!
Navn: Katrin Fríða Jógvansdóttir Lestrarland: Danmark Útbúgving: Løgfrøði á Københavns Universitet
46
Í
ár fylla pisudagar 10 ár. MFS, Betri og Atjóða Skrivstovan hava sostatt í 10 ár skipa fyri pisudøgum, sum er eitt tiltak, sum er ætlað teimum, ið eru ávis uttanlanda í lestrarørindum. Tiltakið hevur til endamáls at veita hjálp við góð um ráðum og kunning um, hvussu tú kanst koma so væl frá byrjan sum gjørligt. Haraftur er hetta eisini ein møguleiki at møta øðrum, sum eisini skulu undir undir hægri lesnað, og á tann hátt koma at kenna nýggj fólk. Pisudagar í 2016 vóru í deildini hjá
Betri í Klaksvík og í ungdómsdeildini hjá Betri í Havn. Framløgur vóru við MFS, Betri, ASK og Føroysku Ráðgevingini í Danmark og eisini varð høvi at seta spurningar. Eftir hetta verða luttakararnir bólkaðir eftir hvar teir lesa, eitt nú ymsu býnum í Danmark, Onglandi og Póllandi. Her greiða umboð frá lestrarstøðunum frá hvat er týdningarmikið at minnast til og geva góð ráð, og eisini er møguligt at seta spurningar. Eftir tiltakið var møguligt at tosa við hvønn annan fáa sær ábit og lurta eftir live-tónleiki.
MFS á instagram:
midberg.com
MFStudenta
Fylg okkum á Instagram fyri at síggja føroysk lesandi kring allan heim greiða frá í orðum og myndum, hvussu lív teirra er sum lesandi! Her fært tú upplýsing, undirhald og íblástur til lesnað og hvørjir møguleikar eru!
MFS
Rithøvundar:Brim Hoydal og Kristianna Dal Jákupsdóttir
RÆSTKJØTA VEITSLAN 11.
februar varð skipað fyri árligu ræstkjøtaveitsluni í Føroya húsinum í Keypmannahavn. Eins og undanfarin ár lá tað góða før oyska veitslulagið ikki eftir. Sungið varð av øllum alvi, so mangur dani á Vesterbro gade man hava forvitnast um, hvat gekk fyri seg, umframt at hava hugsað, hvat tann avbera dámligi deymurin av røstum kjøti mundi umboðað. Kjøtið fall í góða
48
jørð, tí væl var etið, eins og ovmikið varð drukkið. Vit høvdu fingið Rógva Nybo at vera frásøgumann undirborðhaldinum, og Inga Poulsen at spæla nøkur løg fyri okkum at at spæla undir sanginum. Sum nakað nýtt var føroyskur dansur á skránni eftir borðhaldið, og dansurin gekk av tí besta. Eitt avbera stuttligt kvøld, sum verður endurtikið næsta ár – vit gleða okkum.
49
MFS
STRÍÐIÐ UM NORÐURLENDSKT SAMSTARV
– úr einum studentapolitiskum sjónarhorni 31. JANUAR 1962 VARÐ MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA SETT Á STOVN. ENDAMÁLIÐ HJÁ FELAGNUM VAR TÁ – EINS OG TAÐ ER Í DAG – AT BETRA UM RÆTTINDI OG UMSTØÐURNAR HJÁ FØROYSKUM LESANDI.
Navn: Barbara G. Apol Aldur: 22 ár Bústaður: Tórshavn Útbúgving: Búskaparfrøði
L
ongu í 1963 setti MFS sær fyri at royna at sleppa uppí norður lendska samstarvið fyri lestrarfelag skapir, NOM (Nordisk Ordførande Møte). Fyri at náa hesum máli var neyðugt, at MFS varð viðurkent sum sjálvstøðugur tjóðarfelagsskapur fyri lesandi.
FUNDURIN Í LUND 2. – 5. oktober hetta árið helt NOM for mansfund í Lund í Svøríki. MFS hevði fingið loyvi at luttaka og bera fram ynski um upptøku í NOM. Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Pól Olsen, Árni Olafson, Bogi Lützen og Halgir Winther Poulsen luttóku vegna MFS. Teir løgdu uppskot fram fyri fundinum í NOM, at MFS ynskti upptøku í norðurlendska samstarvinum og altjóða viðurkenning.
FUNDURIN Í LUND KOM FRAM TIL HESA NIÐURSTØÐU: „Efter at have konstateret at Færøerne ikke er en selvstændig stat, men et selv styrende folkesamfund i det danske rige, hvilket skyldes den færøske befolknings eget ønske, må repræsentantskabet fast slå, at DSF fortsat må stå som eneste
50
repræsentant for de studerende i Dan mark.“ Tá ynskið hjá MFS ikki varð gingið á møti, fekk MFS bjóðað eina eygleiðara støðu í ráðnum hjá DSF, so at donsku studentarnir eisini kundu umboða MFS. MFS valdi at takka nei til hetta tilboð, tí MFS ynskti ikki at virka sum ein und irnevnd í DSF.
HJÁLP FRÁ ÍSLENDINGUM NOM hevur enn tann dag í dag fundir tvær ferðir árliga. Næsti NOM-fundur
Á „loynifundi“ við NSU lova normenninir MFS, at tey fara at krevja, at MFS kann sleppa at luttaka og leggja fram uppskot, at MFS kann verða góðkent sum í minsta lagi eyg leiðari í NOM.
eftir fundin í Lund, varð hildin í Reykjavík 17.-22. mars 1964. Fyrst í februar móttók MFS eina inn bjóðing frá SHÍ, sum stílaði fyri fundinum í Reykjavík: „Til de nordiske national unioner: DSF, MFS, NSU, SFS og SYL“ stóð á innbjóðingini. Henda innbjóðing fall ikki í góða jørð hjá DSF. Í svari til SHÍ skrivar DSF, at tey finnast hvassliga at, at SHÍ hevur boðið MFS við til NOM-fund og harafturat, at SHÍ umtalar MFS sum studentafelagsskap á jøvnum føti við hini fimm. Eisini skrivar SFS, at tey undir ongum umstøðum kunnu ganga við til, at MFS verður umboðað javnbjóðis við hini lond ini á fundinum. MFS vil tí vita frá hinum báðum feløg unum, NSU og SYL, hvør teirra støða til umboðanina hjá MFS á fundinum er. SYL svarar, at tey halda tað verða skeivt, at SHÍ nevnir MFS á jøvnum føti við hini feløgini, men halda samstundis, at einki forðar fyri, at MFS verður bjóðað við á fundin sum gestur hjá SHÍ. Á „loynifundi“ við NSU lova normenninir MFS, at tey fara at krevja, at MFS kann sleppa at luttaka og leggja fram uppskot, at MFS kann verða góðkent sum í minsta lagi eygleiðari í NOM.
Málið endar við, at MFS sleppur at luttaka á fundinum sum gestur hjá SHÍ, og at MFS skal sleppa at leggja fram uppskot á fundinum.
FERÐIN TIL ÍSLANDS Tað var Árni Olafson, ið ferðast úr Keyp mannahavn til Reykjavíkar at luttaka á NOM-fundi. Í ferðafrásøgnini (Megin felagstíðindi nr. 1, árg. 2) verður greitt frá, at SHÍ játtar seg til at bera ynski fram, um at MFS skal sleppa at eygleiða fund in. NSU og SYL taka undir við hesum, men DSF og SFS vóru hart ímóti. Tískil var MFS-umboðsmaðurin einans við til tiltøkini rundanum sjálvan fundin. Tá MFS varð viðgjørt á fundinum, høvdu hinir lestrarfelagsskapirnir hugt til DSF at vita, hvør støða teirra var til limaskapin hjá MFS. DSF hevur hóast alt uppáhildið, at MFS eigur at vera felags skapur undir DSF heldur enn at vera sjálvstøðugur felagsskapur. Í einum brævi frá 19. februar sama ár, grundgeva teir fyri hesum, og hvørjar treytir MFS eigur at uppfylla fyri at kunna vera sjálvstøðugur tjóðarfelagsskapur fyri lesandi: Føroyar hava ongan lærdan háskúla.
51
MFS
Hetta ger, at MFS ikki kann krevja at verða sett javnt við aðrar nasjonaluniónir. Hetta kundi tó verið gjørt, men einans um tjóðskaparligu krøvini eru uppfylt Tjóðskaparligu krøvini høvdu verið uppfylt, um a) vit høvdu fingið sjálvstýri í Føroyum, ella b) vit – altso MFS – bardust fyri at Føroyar fingu sjálvstýri.“
NÝGGJ STEVNUMIÐ UM FULT FØROYSKT FRÆLSI Tá verðandi ráðið í MFS mátti viðurkenna, at MFS ikki hevði mynduleikan at syrgja fyri at Føroyar fáa lærdan háskúla (gam aní var hetta longu eitt mál hjá MFS, men í síðsta enda var tað landsstýrið, ið sat við hesum valdi), eiheldur at Føroyar fáa sjálvstýri. Tí sá MFS einans ein møguleika fyri, at umsóknin kundi gangast á møti: MFS skuldi innføra eitt stevnumið, ið snúði seg um føroyskt frælsi! Nýggja stevnumiðið ljóðaði soleiðis, og varð samtykt við 75 atkvøðum fyri, 7 ímóti og einari blankari: „MFS (…) hevur sum endamál at skipa
Teir fimm upprunaligu limafelagsskapirnir í NOM vóru: Danske Studerendes Fællesråd, DSF Norsk Studentunion, NSU (í dag eita tey Norsk Studentorganisation, NSO) Stúdentaráð Háskóla Íslands, SHÍ (lestrarráðið fyri lesandi á Háskóla Íslands er enn til í dag, men umboðið í NOM eigur Landssamtök Íslendskra Stúdenta, LÍS, sum er felagið fyri øll íslendsk lesandi)
52
Uttan góða hjálp frá at byrja við íslendingum og norðmonnum og seinni dønum afturat, hevði hetta stríðið uttan iva verið drúgvari, og spurningurin er, um vit nakrantíð høvdu komið á mál
hesar somu studentar í ein felagsskap fyri sameintir at virka fyri: at Føroyar fáa fult politiskt, mentanar ligt og fíggjarigt frælsi. (…)“
DFS BROYTIR MEINING – MEN TAÐ GERA FINNAR EISINI Eftirfylgjandi í november 1964 fær MFS eitt bræv frá DSF við einari innbjóðing til næsta fundin, sum skuldi haldast í Keyp mannahavn. Í brævinum stóð, at „DSF er indstillet på en fordomsfri holdning i dette spørgsmål, og såfremt er blandt de øvrige nordiske nationalunioner er enstemmig tilslutning dertil, vil DSF in vitere også MFS til at deltage i mødet“ Norðmenn, íslendingar og sviar hava einki ímóti luttøkuni hjá MFS. Tó svara finnar, at teir ikki ynskja, at meir enn ein lestrarfelagsskapur skal umboða hvørt land, og at hetta skal skiljast sum um, at antin verður Danmark umboðað av DSF ella MFS – ikki báðum! Avleiðingin verður, at MFS ikki verður umboðað á fundinum í Keypmanna havn.
Sveriges Förenade Studentkårer, SFS
DANSKA MÓTTRÝSTIÐ BROYTIST TIL STUÐUL
Suomen Ylioppilaskuntien Liitto, SYL
Á NOM-fundi í Noregi mai 1966 verður MFS endiliga góðtikið sum sjálvstøðugur eygleiðari í NOM. Hetta hendi soleiðis, at DSF bjóðaði seg fram til at lata eitt MFS-
umboð koma við á fundin sum limur í donsku delegatiónini. Jóannes Dalsgarð legði tá uppskot fram vegna DSF, um at MFS skuldi fáa eygleiðarastøðu í NOM. Hetta uppskotið varð samtykt.
VIÐKENNING UM NASJONALUNIÓN Á aðalfundi hjá DSF í september 1966 kunngerð felagið, at tey ynskja at sam starva um at fáa MFS viðurkent sum nasjonalunión við fullum suvereniteti. Stutt eftir kunngerð SFS, at tey taka undir við DSF, nakrar mánaðir seinni senda NSU og SYL eisini brøv til norður lendsku feløgini, at tey stuðla ynskinum hjá MFS um at gera sjálvstøðugur limur í NOM. Tað var ongantíð nakað ivamál um støðuna hja SHÍ, og tískil kundi MFS kalla seg sjálvstøðugan lim í norðurlendska studentasamstarvinum.
RÍKISRÆTTARLIGA STØÐA FØROYA Í DAG Í NORÐURLANDARÁÐNUM Tá eg lesi ígjøgnum hesi gomlu bløðini og fundarfrásagnirnar, er ringt at halda sær frá at smílast, tí tað er so nógv við hesum stríðnum hjá MFS, sum minnir um støðuna hjá Føroyum í Norðurlanda ráðnum í dag. Tað er meiri ella minni tilvildarligt,
hvørja støðu hini londini hava havt til føroyska limaskapin gjøgnum árini. Fyrstu ferð, Føroyar søktu um limaskap í Norðurlandaráðnum, var tað danski forsætismálaráðharrin, Anker Jørgensen, sáli, ið legði uppskotið fram. Í dag tykist Danmark sum tað størsta mótstøðu landið fyri fullum føroyskum limaskapi. Á fundinum hjá Norðurlandaráðnum í Íslandi í november í fjør, kom ráðið fram til, at Føroyar heldur skulu styrkja sín leiklut gjøgnum Danmark. Hetta minnir nógv um niðurstøðuna hjá NOM í 1963. MFS góðtók ongantíð at vera stemplað sum danskur lestrarfelagsskapur. MFS umboðar – fyrr eins og nú – einans før oysk lesandi og teirra áhugamál. Hevði MFS verið limafelagsskapur í DSF, høvdu tað verið tey, ið høvdu kravt eitt fróðskap arsetur í Føroyum, valrætt fyri útisetar til Løgtingsval, onga hernaðarskyldu fyri føroyingar í Danmark, og seinni hægri lestrarstuðul fyri lesandi í Føroy
um, lestraríbúðir til Føroya, studning 12. mánaðin og so framvegis. Spurningurin er tó, hvussu frammaliga hetta hevði verið raðfest hjá Danske Studerendes Fællesråd. Tað hevði neyvan gjørt stóran mun fyri DSF, um MFS gjørdist innlimað í danska tjóðarfelagsskapin fyri lesandi. Hinvegin, so hevur tað havt stóran týdning fyri før oysk lesandi, at vit hava okkara egna felagsskap og okkara egnu rødd úteftir. At tað eru føroyingar, ið umboða okkum mótvegis tí politiska valdinum og ikki danir. Tí hvør dugir betri at tala okkara søk enn vit sjálvi? At gerast limafelagsskapur í NOM kravdi meir enn einans at luttaka á nøkr um fundum. Limirnir í MFS gjørdu eisini eitt stórt lobbyarbeiði, útgóvu kunnandi bóklingar um Føroyar á fleiri málum, gjørdu samgongur við aðrar felagsskapir og tóku ímóti útstrektum hondum, tá ið tær vóru har.
Uttan góða hjálp frá at byrja við ís lendingum og norðmonnum og seinni dønum afturat, hevði hetta stríðið uttan iva verið drúgvari, og spurningurin er, um vit nakrantíð høvdu komið á mál. Tó er eingin ivi um, at tað mangan mundi tykjast sum eitt nærum ómøgu ligt mál at náa, at fáa MFS viðurkent. Utt an viljan at halda á og ikki at bukka undir fyri neyðsemjunum frá norðurlendsku brøðrum og systrum okkara, høvdu vit so slett aldrin komið á mál – lat tað vera vist!
Leinkjan millum lesandi og vinnulív LEINKJAN.FO
Føroyskar fyritøkur kunnu leggja uppskot til verkætlanir á leinkjan.fo, sum lesandi kunnu arbeiða við sum part av útbúgvingini. Á henda hátt eru fyritøkurnar við til at halda sambandið við tey lesandi, og kunnu fáa útgreinað viðurskifti av týdningi fyri fyritøkuna. Tey lesandi sleppa hinvegin at arbeiða við verkætlanum, sum kunnu skapa virði. Vinnuhúsið eigur og rekur leinkjan.fo
Fá meira at vita á www.leinkjan.fo
Myndir: Atlantic
MFS
TVEIR HØVUÐS EIN STAÐIR VEITSLA
Í SAMBAND VIÐ AT ATLANTIC AIRWAYS SKULDI ALMANNAKUNNGERÐA TEIR BÍLIGU FLOGFERÐASEÐLARNAR TIL LESANDI, SVEIGGJ, SKIPAÐU ATLANTIC AIRWAYS OG MFS FYRI RIMMARI VEITSLU, FYRI AT KNÝTA FØROYSK LESANDI Í FØROYUM OG DANMARK SAMAN. Navn: Katrin Fríða Jógvansdóttir Lestrarland: Danmark Útbúgving: Løgfrøði á Københavns Universitet
54
T
að serliga við hesari veitsluni var, at talan var um eitt tiltak ið var á tveimum støðum samstundis – tað eina í Perluni í Tórshavn og tað eina í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Tónleikaframførslurnar vóru stroym aðar beinleiðis millum londini. Í Keyp mannahavn spældu Danny og Páll úr Danny and the Veetos, og Swangah, og í Tórshavn spældu Elinborg, Døgg, Ragn ar, Benjamin og Hans Andrias. Undir tiltakinum var møguleiki at luttaka í kapping um gávubræv frá
Atlantic Airways og atgongumerki til konsertir við Metallica í Keypmannahavn – einasta krav var at fólk tóku eina mynd, løgdu hana á Instagram og skrivaðu #knýtalesandisaman. Um tú ynskir at síggja fleiri myndir, kanst tú fara á Instagram og skriva #knýtalesandisaman og síggja hópin av stuttligum myndum. Samanumtikið var tað eitt væl eydnað tiltak við sera góðari uppmøting - bæði í Tórshavn og í Keypmannahavn.
55
TVEIR EIN HØVUÐSSTAÐIR VEITSLA
56
HO RN IÐ : ERU TALGILDU FØROYAR NÓG UMFATANDI? NÚ TÁ IÐ FARIÐ ER UNDIR AT SKRÁSETA GRUNDDÁTA HJÁ FØROYSKU BORGARUNUM, KANN TAÐ TYKJAST UNDRUNARVERT, AT HENDAN SKRÁSETINGIN IKKI FEVNIR UM ÚTBÚGVING. Í DANMARK VERÐUR ÚTBÚGVING HJÁ TÍ EINSTAKA BORGARANUM SKRÁSETT Í CPR REGISTARINUM, OG VERÐUR HETTA M.A. NÝTT AV TALGYLTU SKIPANUNUM HJÁ ÚTBÚGVINGARSTOVNUNUM KRING LANDIÐ.
S
kráseting av lesandi í Føroyum í dag er ikki nóg umfata ndi. Tað finnast dømir í føroyska út búgvingargeiranum, har skráseting á útbúgvingarstovnunum ikki fer fram nóg gjølla, soleiðis at útbúgvingarstovnur in sjálvur er óvitandi um, hvussu nógv fullføra útbúgvingina og hvussu nógv fella frá. Útbúgvingarstovnarnir sita tískil ikki neyðturviliga við vitan um sína egna støðu hesum viðvíkjandi. Tá ið tað ikki verða førd nóg góð hagtøl av hesum slagnum, sum man sigast at verða á einum tí mest grundleggjandi støðinum, átti tað verið av áhuga hjá Mentamálaráðnum og landinum annars at fingið hesi viðurskiftir betri skipaði – eitt nú sum ein upplagdur liður í talgildu skrásetingina sum Talgildu Føroyar er. Í dag ger Studni eitt megnararbeiði við at skaffa til vega hagtøl um lesandi. Hetta eru tøl, sum í mestan mun verða førd umvegis umsøknarbløðini til lestrarog ferðastuðul. Talgilt umvegis Mínboks um tú býrt í Føroyum og á oyðubløðum, um tú býrt uttanlands. Hagtølini eru tískil bygd á ein sera avmarkaðan inn savningarhátt, har tað ikki verður tikið hædd fyri øðrum viðurskiftum enn teim um, sum gera seg viðkomandi fyri um søknarbløðini.
Um Talgildu Føroyar fingu útbúgving sum ein variabul ella leist í talgilda sam leikanum, kundi samfelagsvísindin fingið eitt munandi betri innlit í lestur og lestr arviðurskiftir hjá føroyskum lesandi og tískil eisini eitt betri fundament at skapa samfelagsvísind út frá. Hetta eru hagtøl, sum tað í stóran mun er tørvur á og sum eru týdningarmikil, vilja vit sum samfelag vita meira um korini hjá teirra lesandi. Við at føra útbúgving inn í talgiltu skip anina gerst tað møguligt at fáa neyvari yvirlit yvir hvussu nógvir føroyingar eru lesandi, hvussu nógvir av samlaða ár ganginum talan er um, val, mongd og longd av útbúgving, og nógvum øðr um, sum kann nýtast saman við aðrari persónligari dátu, ið kunnu vísa á sam anhangir millum útbúgving og annað grunddáta, sum Talgildu Føroyar longu hava inni í síni skipan. Talan er tískil um virðismikið data og tilfeingi, sum lætt og einfalt kundi verið vunnið til vega. Eg vil tí heita á Talgildu Føroyar og annars tey røttu viðkomandi um at nýta hendan gylta møguleikan um at fáa út búgving inn í talgildu heildarloysnina, so at vit betri kunnu skapa vitan um okkum sjálvi og okkara lesandi.
Navn: Terji Beder Lestrarland: Danmark Útbúgving: Stud.Cand.Soc í Útbúgvingarvísindi
57
Lesandi í Føroyum
SETRIÐ
/ 60
VINNUHÁSKÚLIN
/ 62
GLASIR
/ 64
B Ú S TA Ð I R
/ 65
HEILSUSKÚLIN
/ 66
LÆRLINGAR
/ 68
59
LESANDI Í FØROYUM
FRÓÐSKAPARSETUR
FØROYA Fróðskaparsetri bjóðar universitetsút búgvingar út á fimm deildum og skúlum: Føroyamálsdeildin skipar fyri gransk ing og útbúgving í føroyskum máli, bók mentum og skaldskapi av manna munni. Náttúruvísindadeildin skipar fyri gransk
ing og útbúgving í náttúruvísindum og tøkni, og bjóðar út útbúgvingar innan jarðalisfrøði, kunningartøkni og lívfrøði. Søgu- og Samfelagsdeildin skipar fyri gransking og útbúgving í søgu- og sam felagsvisindi og Stjórnmálafrøði.
BACHELORÚTBÚGVINGAR
MASTERÚTBÚGVINGAR
HJÁNÁM
B.A. í føroyskum
Føroyskt
AÐRAR ÚTBÚGVINGAR
B.A. í søgu
M.A. í føroyskum máli og bókmentum
Ph.d.
M.A. í løgfrøði
Støddfrøði
B.Ed. í undirvísing B.Ed. í námsfrøðiligum arbeiði
Masterlæra í politikki og umsiting
B.Sc. í búskaparfrøði
Masterlæra í sosialvísindum og samfelagsplanlegging
B.Sc. í havlívfrøði B.Sc. í KT-verkfrøði B.Sc. í mýlalívvísindum B.Sc. í orkuverkfrøði
Masterlæra í søgu M.Sc. í fólkaheilsu M.S.Sc. í West Nordic Studies
B.Sc. í orkuvísindum B.Sc. í orkuvísindum og støddfrøði B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði B.Sc. í vistfrøði B.S.Sc. í politikki og umsiting B.S.Sc. í sosialvísindum og samfelagsplanlegging
60
Á Læraraskúlanum ber til at lesa til BA sum lærari, umframt BA sum náms frøðingur. Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum ber til at taka BA í sjúkrarøktarfrøði.
Stakgreinalestur Eftir- og ískoytisútbúgvingar Faroese Summer Institute
TÍTT SEINASTA TINDER MATCH KEYPIR EISINI INN Í FK MØGULEIKIN FYRI, AT TÚ MØTIR EINUM TINDERMATCHI Í FK ER STÓRUR Í FØROYUM. HETTA ER KANSKA EITT SINDUR FLÓVUSLIGT, MEN AT FØROYAR ERU SMÁAR HEVUR EISINI SÍNA SJARMU. TAÐ ER TÆTT TIL TÍNAR UNDIRVÍSARAR OG VEGLEIÐARA OG TAÐ ER LÆTT AT GERA MUN Í SAMFELAGNUM.
N
ógv ynskja størri umstøður og meira anonymitet enn Føroy ar kunnu geva. Hetta skilji eg væl. Haldi tó eisini at ov fá ung vita um umstøðurnar at lesa á Setrinum. Fólk, ið ganga á miðnámsskúla eru í stóran mun longu mentalt flutt uttanlands. Tað er ov seint hjá Setrinum at fara í miðnámsskúlarnar seint triðja árið. Tá búgva fólk mentalt longu uttanlands. Eg valdi fyrst og fremst at lesa í Før oyum, tí at onga aðrastani í heiminum kanst tú taka somu søguútbúgving sum á Setrinum. Hon tekur støði í føroyskari søgu og viðurskiftum. Tað eri eg glaður fyri, tí at eg ætli mær at arbeiða og granska í Føroyum aftaná loknan lestur. Las eg í Keypmannahavn snúði undir vísingin seg óivað um hálvbýttar danskar kongar. Hetta er høvuðsorsøkin til at eg lesi í Føroyum. Fyri meg var Setrið eitt natúrligt væl til nakað, og ikki eitt væl frá nøkrum. Eg haldi sjálvur, at fakliga støðið sum heild er høgt á Setrinum. Tað skal tó sigast, at eg havi ikki lisið nakra aðra staðni, so eg kann ikki samanbera við onnur universitet. Eg skal tó ikki rósa
lestrarlívið í Føroyum meira enn gott er. Setrið hevur tann trupulleika, at tað er alt ov spjatt, og ov fáar íbúðir eru at fáa hjá lesandi. Hetta má politiska skipanin og Bústaðir taka í álvara, um Setrið og føroyska lestrarumhvørvið skal mennast enn meir. Bústaðir hevur í alt ov stóran mun gjørt dýrar íbúðir til rík fólk. Tey ríku klára seg sjálvi, nú mugu lesandi og láglønt á breddan hjá Bústøðum. Føroyar er tó so sanniliga eisini í menning. Har eru góðar konsertir fleiri dagar um vikuna, alskyns listasýningar og eitt matstovu og barrlív, sum er í stórari menning. Viðurskiftini í Føroyum eru øgiliga tøtt. Tórshavn er ikki nakar stórbýur, og eg skilji væl at nógv fara uttanlands, men har eru avgjørt eisini fyrimunir við at lesa í Føroyum. Tað er skjótt til tín vegleiðara og undirvísara og tað er lætt at gera mun um man vil. Tað er skjótt at gerast virkin innan t.d. áhugafelagsskapir, har til ber førka Føroyar rætta vegin – hvønn veg tað so er. At tú møtir tínum seinasta tindermatchi í heilum má man bara taka við í pakkan, sum er at lesa í Føroyum.
Navn: Tráin Petursson Nónklett Lestrarland: Føroyar Bústaður: Tórshavn Útbúgving: BA í søgu á Fróðskaparsetrið Føroya
61
LESANDI Í FØROYUM
VINNUHÁSKÚLIN – MARTIMAR ÚTBÚGVINGAR Í FØROYUM
VINNUHÁSKÚLIN BJÓÐAR Í ALT SEKS YMISKAR ÚTBÚGVINGAR. TÆR ERU: Skipari 1 ½ ár
Skipsførari 3 ár
Maskinmeistari 3 ár
Skipsføraraaspirantur 3 ½ ár
SKIPARI
SKIPSFØRARI
MASKINMEISTARI
Upptøkukravið til skipara er:
Upptøkukravið til skipsførara er:
– Minst 18 mánaðar samlaða siglingstíð við skipum yvir 20 BT.
– Staðið útbúgvingina til skipara.
– Fráfaringarroynd fólkaskúlans í lærugreinunum, enskum, alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði við í minsta lagi próvtalinum 6 í hvørjari lærugrein.
– Góðkend sjón- og hoyrnaroynd (bláabók), sum er yngri enn 2 ár – Fráfaringarroynd fólkaskúlans 9. ella 10. flokk ella líknandi, við min. próvtalinum 6/02 í føroyskum, donskum, enskum, alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði. Hevur tú tikið sjóvinnuskúlan 1/2 ár, so krevst minst 9 mán. siglingstíð við skipum yvir 20 BT.
62
Maskinistur 9 mdr.
– Góðkend sjón- og hoyrnaroynd (bláabók), sum er yngri enn 2 ár, fráfaringarroynd fólkaskúlans 9. ella 10. flokk ella líknandi. Skúlagongdin til skipsførara tekur 1½ ár afturat skipara, sum er 1½ ár t.v.s 3 ár í alt.
MASKINISTUR Her ganga næmingarnir fyrst í skúla í ½ ár, og fáa undirvísing í teknisku fakunum. Eftir próvtøku í teknisku fakunum, vera neyðug skeið tikin og tekur hetta á leið 3 mánar. Útbúgvingin gevur førleika til at sigla við rang upp til 2.maskinmeistara á øllum skipum, og við rang upp til maskinstjóra við skipum við framtøkumegi upp til 2999 kW, tá ið neyðug starvsvenjing er nádd.
– Handverkaraútbúgving innan metal ella el-fakið, ella – SIT 2 ella Yrkisnám 4 útbúgving innan metal ella el, umframt starvsvenjing á minst 9 mánaðar. – Um dreying, fresing ella sveising ikki hevur verið partur av handverkaraella yrkisútbúgvingini, er neyðugt at hava verið á góðkendum skeiðum í hesum.
Maskinmeistaraaspirantur 4 ½ ár
SKIPSFØRARA ASPIRANTUR Upptøkukravið til skipara er: – Miðnámsútbúgving við min. próvtalinum 6/02 á C støði, í fylgjandi lærugreinum: føroyskum, enskum, alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði. – Góðkend sjón- og hoyrnaroynd (bláabók), sum er yngri enn 2 ár. Skúlin skipar fyri ávíkavist sigling og skúlagongd. Útbúgvingin til skipsføra sum ASPIRANTUR tekur 3½ ár, íroknað siglingartíð.
Umsóknarfreistin er 15. juni og 15. desember. Tikið verður inn eftir tí raðfylgju, sum umsóknirnar koma inn, treytað av, at umsóknirnar lúka upptøkukrøvini og at pláss er. Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum fjølbroytta atgongd til altjóða maritimu vinnuna.
VALIÐ FALL Á VINNU HÁSKÚLAN VIT ERU ØLL YMISK, EISINI TÁ VIT SKULU AVGERÐA HVØRJA ÚTBÚGVINGARLEIÐ VIT VELJA. SUMMI VITA FRÁ BARNSBEINIÐ HVØRJA ÚTBÚGVING TEY SEINNI Í LÍVINUM FÁA SÆR, HAR ONNUR MUGU ROYNA SEG FRAM OG FØLA HVAT PASSAR BEST. JÚST HETTA GJØRDI JÁKUP EJDESGAARD ÚT FUGLAFIRÐI.
FØROYAR VS. RESTINA AV HEIMINUM Eg vanti at tey flestu, sum ynskja at út búgva seg, onkursvegna hyggja fyrst hvat er uttanlanda áðrenn tey kannað hvat Føroyar hava at bjóða. Eg hugdi eftir møguleikum í Danmark, mær dámdi væl tankan um at sleppa „vekk“ frá Før oyum, men tá ið alt kom til alt, sendi eg onga umsókn. Eg veit ikki heilt hvat tað var sum gjørdi at eg tók avgerðina at lesa í Føroyum, tað man nokk vera tí at tað var tann tryggara loysnin.
HVAT FEKK TEG AT TAKA AVGERÐINA AT LESA TIL MASKINMEISTARA? Eg havi altíð dáma væl tankan at siglt, men eg havi vita líka síðani eg fór í fram haldsdeildina at eg tímdi ikki at lesa til skipara/skipsførara, tað kemst nokk av tí at eg ongantíð havi havt stóran áhuga til skip og bátar. At eg fór at lesa maskinmeistara var meira tilfeldugt, byrjaði á SIT1 í klaksvík í 08’ og valdi maskindeildina, ikki tí at eg dámdi væl at skrúða ella hevði havt nak
að tilknítið til stálarbeiði, men meira tí at hinar deildirnar søgdu mær slett einki. Áðrenn eg visti av hevði eg tikið SIT2 og lært til maskinsmið, so tá lá maskin meistari næst í røðini.
HVUSSU ER FORHOLDIÐ MILLUM LÆRARAR OG NÆMINGAR Á VINNUHÁSKÚLANUM? Í sjálvari undirvísingini vera næmingar praktiseraðir sum vaksi fólk so um tú ynskir at læra okkurt er tað eisini tín egna ábyrd at fylgja við. Um ein hevur brúk fyri hjálp eftir undirvísing, kann man altíð venda seg til ein lærara, tað vil altíð vera onkur sum er meira hjálpsamur enn aðrir og tað finnur man eisini skjótt útav.
Navn: Jákup Ejdesgaard Lestrarland: Føroyar Bústaður: Fuglafirði Útbúgving: Maskinmeistari
HVAT HELDUR TÚ ER SERMERKT VIÐ VINNUHÁSKÚLAN? Vinnuháskúlin er ein vanligur skúli, ikki ein skúli sum rundar eina hálva milliard, men ger hann sítt besta við tí hann hevur.
63
LESANDI Í FØROYUM
GLASIR GLASIR BJÓÐAR FÝRA YMISKAR FULLTÍÐARÚTBÚGVINGAR. TÆR ERU: Fíggjarbúskapur: 2 ár
Byggitøkningur: 2 ár
Framleiðslutøkni: 2 ár
BYGGITØKNINGUR
FÍGGJARBÚSKAPUR
FRAMLEIÐSLUTØKNI
Byggitøkniútbúgvingin fevnir um fimm læru greinar og eina endaliga verkætlan. Glasir bjóðar út tríggjar breytir á útbúgv ingini í løtuni, hesar eru:
Fíggjarbúskapur er ein yrkisakademisk útbúgv ing. Útbúgvingin fevnir eisini um tríggjar mánaðir av starvsvenjing, har tú fært møguleika at royna tínar dygdir innan fakið. Útbúgvingin leggur dent á innovatión og entre prenørskap, og fokus er á altjóða viðurskifti. Eftir lokið prógv ber til í ein ávísan mun at taka ein professiónsbachelor. Glasir samstarvar við Fróðskaparsetrið um avriksflutning / meritt millum fíggjarbúskap og búskaparútbúgvingina á Setrinum.
Arbeiðið við nýhugsan hevur rót í hollari vitan, sum ofta leiðir til íverk setaramentan. Tann dugnaligi framleiðslu tøkningurin hevur „flair“ fyri tøkni og praktiskum loysnum – og er sam stundis ein kveikjandi leiðari og samskipari, sum trívist við at hava dagligt samskifti við ymiskar fak bólkar.
›› Altjóða handil og marknaðarførsla ›› Búskapur og tilfeingi ›› Leiðsla
Marknaðarførslubúskapur: 2 ár
MARKNAÐAR FØRSLUBÚSKAPUR Í ár verða fyrstu prógv ini handað fyri lokna útbúgving í marknaðar førslubúskapi. Um tú ynskir at arbeiða við menniskjum í altjóða umhvørvi innan marknaðarførslu, íverk setan, samskifti, búskap arstýring og sølu, kann hendan geva tær røttu møguleikarnar til júst tess. Útbúgvingin gevur førleikar at starvast innan reklamu-, marknaðar førslu-, miðla-, handilsog farmaflutningsøkið. Eftir loknan lestur gevur útbúgvingin atgongd til eina professiónsbachelor.
PARTTÍÐARLESTUR Glasir bjóðar eisini parttíðarlestur. Hetta gevur tær møguleika at lesa víðari, meðan tú ert í starvi. Parttíðarútbúgvingingarnar eru: Akademiútbúgving: 2 ár
64
Diplomútbúgving innan: 2,5 ár
HD 1. partur: 2 ár
HD 2. partur: 2 ár
Bústaðir
OG LESTRARÍBÚÐIR Í FØROYUM TANN FREMSTA UPPGÁVAN HJÁ BÚSTØÐUM ER AT VERA VIÐ AT FJØLTÁTTA BÚSTAÐARÚTBOÐIÐ Í FØROYUM. TAÐ VERÐUR GJØRT VIÐ AT BYGGJA LEIGUBÚSTAÐIR KRING LANDIÐ TIL EINLIG, PØR, FAMILJUR, ELDRI, TIL FÓLK VIÐ RØRSLUTARNI, VARDAR BÚSTAÐIR – OG EISINI TIL LESANDI.
B
ústaðir hava í dag samanlagt 181 leigubústaðir, harav 36 eru lestr arbústaðir. Talan er um bústað irnar á Næmingaheiminum undir Fjalli. Bústaðir koma eisini at hava ábyrgdina av teimum 16 lestrarbústøðunum, sum eru á Studentaskúlaheiminum í Berja brekku. Hesir lestrarbústaðir verða høvuðs umvældir, so teir innanikki ov langa tíð kunnu hýsa lesandi í dagførdum kørmum, og sum eru í einum standi, sum væntað verður av bústøðum nú á døgum. Men ein tann mest spennandi verkætl anin, sum Bústaðir er við at gera lidna, er umbyggingin av Kommunuskúlanum í Havn til lestrarbústaðir. Tá hendan endur nýggingin av Kommunuskúlanum er liðug, verður pláss fyri 37 lestrarbústøðum í bygn inginum, sum nú ber heitið Finsen, har eini 50 til 80 fólk fara at búgva. Støddin á íbúð unum verður millum 22 og 70 fermetrar. Har lestrarbústaðirnir undir Fjalli og í Berja brekku mest eru ætlaðir fólki, sum eru á miðnámsskúlum, verður Finsen einamest
ætlað fólki, sum eru undir hægri lesnaði. Nógv verður gjørt fyri, at fólk skulu fara at trívast í Finsen. Lestrarbústaðirnir verða í tveimum av veingjunum í bygninginum. Restin er kommunalt. Og eftir ætlan verða umstøðurnar góðar við innandura spæli plássi, kommunalum garði, býarauditori um og café. Væntandi kunnu fólk flyta inn í lestraríbúðirnar á Finsen til heystar. Fyri at kunna fáa eina íbúð á Finsen krevst limaskapur hjá Bústøðum. Tað er í mun til, nær ein er blivin limur hjá Bú støðum og hevur frámerki, sum vísir, at søkt verður eftir lestrarbústaði, at ein kem ur í bíðirøðina til íbúð á Finsen. So øll tit, sum enn ikki eru limir hjá Bústøðum – tað er bara at melda seg sum lim. Tað kann lættliga gerast á heimasíðuni hjá Bústøð um. Tað kostar 200 kr. at gerast limur, og ársgjaldið hareftir er 150 kr. Bústaðir hevur ætlanir um at gera fleiri lestrarbústaðir kring landið, tí tørvurin er stórur, eisini uttan fyri Havnina.
65
LESANDI Í FØROYUM
HEILSUSKÚLIN Í HOVI HEILSUSKÚLIN Í HOVI BJÓÐAR TVÆR ÚTBÚGVINGAR, SUM ERU: Heilsuhjálpari Heilsurøktari
HEILSUHJÁLPARI:
HEILSURØKTARI:
Ein heilsuhjálpari veitir stuðul til røkt og dagligt virksemi á ellisheimi, sambýli ella í egnum heimi.
Ein heilsurøktari veitir heilsurøkt og sjúkrarøkt innan almanna- og heilsuverkið.
Útbúgvingin tekur 15 mánaðir og byrj ar tvær ferðir árliga, ávikavist í januar og í septembur. Næmingarnir eru 2x14 vikur í skúla, umframt at vera í starvsvenjing 2x12 vikur. Tú kanst m.a. fara í starvsvenjing í Heimatænastuni, á ellis- og røktarheimum og í eldrasambýlum kring alt landið.
Útbúgvingin tekur 22 mánaðir, har næmingarnir eru í skúla í trimum umførum í 10-14 vikur, og síðan tríggjar ferðir 12 vikur í starvsvenjing. Sum heilsurøktari kanst tú lesa víðari til fysioterapeut, ergoterpeut, sosial ráðgeva, sjúkrarøktarfrøðing ella námsfrøðing í Danmark.
Sum útbúgvin heilsuhjálpari kanst tú millum annað læra víðari til heilsu røktara.
UPPTØKUTREYTIR OG FREISTIR
UPPTØKUTREYTIR OG FREISTIR Upptøkutreytirnar til heilsuhjálpara útbúgvingina eru: Staðin 9. flokkur umframt eitt ára starvsroyndir ella 10. flokk. Freistirnar at søkja eru 1. novembur og 15. mars.
66
Upptøkutreytirnar til Heilsurøktara eru, at tú ert útbúgvin heilsuhjálpari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving, umframt viðkomandi arbeiðsroyndir innan hetta økið. Umsóknarfreistin er 1. novembur. Tú kanst lesa meir um útbúgvingarnar á www.heilsuskulin.fo
Ungdóms- & lestrarferðaseðilin
Sveiggja aftur og fram fyri lágprís Ert tú 25 ár ella yngri ella fulltíðarlesandi, kanst tú sveiggja aftur og fram við Atlantic Airways - lætt og ómakaleyst úr bara 1.245 kr. t/r. Sveiggj-ferðaseðlar eru til taks á øllum Danmarkarog NORÐ-leiðunum hjá Atlantic Airways. Sveiggj-ferðaseðil kann keypast til stutt undan fráferð, men útboðið kann verða avmarkað á útvaldum fráferðum. Stovna tær ein vanga og bílegg Sveiggj-ferðaseðilin á www.atlantic.fo.
Atlantic Airways
Vagar Airport
380 Sørvágur
Tel 34 10 00
www.atlantic.fo
LESANDI Í FØROYUM
LÆRLINGAR:
BYGDAFRELLIÐ Í
Stjørnu skotinum
EG HAVI ALTIÐ VERIÐ EIN, SUM BAKSAR VIÐ ALT MØGULIGT, OG SUM HEILT UNG VISTI EG, AT EG ANTIN VILDI VERA KONDITTARI ELLA FRISØR, OG HESI BÆÐI FEKK EG MØGULEIKA AT ROYNA, TÁ EG VAR Í STARVSVENJING Í FÓLKASKÚLANUM. EG SÁ SKJÓTT, AT EG VILDI ARBEIÐA VIÐ FÓLKI, VERA SOSIAL Í MÍNUM FAKI OG GERA FÓLK VAKRARI.
E
ftir fólkaskúlan fór eg, sum øll onnur, á fiskavirkið at tjena mær nakrar krónur. Eisini var eg tveir túrar við Atlantic Navigator (Næraberg). Við peninginum, eg hevði savnað mær, fekk eg mær eina útbúgving sum make up-artist. Tá eg var 17 ára gomul, og allar vinkon urnar fóru í student ella á handilsskúla, setti eg kósina á Tekniska skúla í Havn. Tað gekk ikki meira enn eitt hálvt ár, so fekk eg lærupláss.
FRÁ LÆRU TIL STJØRNUSKOTIÐ Skúlin var harður til tíðir, og hóast mær dámdi væl skúlan, skuldi bygdafrellið úr Oyndarfirði herðast. Uttan sminku, í tren ingsklæðum og næstyngst í flokkinum … Ja, eg var nokk bygdaslig og fekk ofta spurningin, um hetta var tað, eg ynskti, tí tær hildu meg hava 10 tummilfingrar. Eg eri óluksáliga treisk og vildi gjarna
68
Ásla Breyt Danielsen 27 ára gomul, sjálvstøðug hárfríðkanarkvinna í Stjørnuskotinum.
Leyp í tað, tak fatt, og royn teg so. Mann kann altið droyma stórt, og tað geri eg eisini – eg havi nógvar framtíð arætlanir, og eg ætli mær avgjørt ikki at gevast her.
HVÍ EG VALDI AT LÆRA Í FØROYUM
Eg havi ofta í huga, at eg ikki skal ræðast tað ókenda/nýggja, men bara royna, og um tað ikki eydnast fyrstu ferð, so royni eg umaftur
Eg eri ógvuliga uppsøkjandi til tey menn iskjuni, eg havi rundan um meg. Eg elski at vera sosial, og so eri eg eisini ógvuliga heimkær. Fastir mín starvast sum hárfríðkari í Danmark, og hon var avgjørd um, at út búgvingin er meira grundig og gevandi í Føroyum, so tað var ein løtt avgerð, tí eg vildi sjálvsagt hava sum mest burturúr. Hyggi eg í bakspeglið nøkur ár aftur, so eri vit føroysku frisørar ógvuliga væl dámdar uttan fyri landoddarnar.
AT HAVA Í HUGA ÁÐRENN MANN FER Í LÆRU
mótprógva hetta, so eg arbeiddi hart og vísti áhuga, bæði í skúlanum og á arbeiðsplássinum. Í 2011 bleiv eg útlærd hárfríðkari sum 21 ára gomul. Eg var og eri enn ótrú liga glað fyri, at eg var í læru hjá Mariu Marielsdóttir og hinum hjá Sól og klipp. Eg fekk knýtt nøkur vinarbond, ið eg altið fari at hava, og harafturat havi eg lært alt tað, ein lærlingur skal læra. Meðan ein er í læru, hugsar mann ikki um at fáa sær fastar kundar, tí mann arbeiðir undir øðrum og fær eina fasta løn, so at fara frá læruplássinum og út á arbeiðsmarknaðin sum sveinur var hart. Eg hevði einans ein lítlan kundaskarða at hála við mær frá Sól og klipp eftir loknað lærutíð, og mátti tí byrja av nýggjum. Eg byrjaði í Royal Intercoiffure. Hetta var ein „fínari“ salong við hópin av kundum, ið gingu har dagliga. Eg vaks við uppgávuni og lærdi ótrú liga nógv av at síggja handverkið hjá
Mariann og lyndið til at bara leypa í tað ókenda og nýggja. Eftir at hava starvast í Royal í eitt ár fekk eg møguleikan at byrja fyri meg sjálva i Stjørnuskotinum. Eg ivaðist leingi, tí eg treivst hjá Mariann, men eg hevði hug at vera sum hon – at leypa í tað ókenda, so tað gjørdi eg. Eg byrjaði í Stjørnuskotinum sum sjálv støðug í 2015. Tað hevur verið tann besta avgerðin, eg havi tikið fakliga. Eg havi eitt hugnaligt arbeiðspláss við fittum starvsfeløgum og kundum, sum streyma inn hvønn dag. Eg havi ofta í huga, at eg ikki skal ræð ast tað ókenda/nýggja, men bara royna, og um tað ikki eydnast fyrstu ferð, so royni eg umaftur. Lyndið hjá okkum menniskjum er ikki ólíkt. Tað, sum mann ikki dugir, tað heldur mann seg eitt sindur frá, men tað er júst hesum, eg royni at arbeiða við hvønn dag.
At vera í læru eri ikki tað sama sum at ganga í skúla, tað skal mann gera sær heilt greitt. Mann hevur ógvuliga langar og strævnar dagar, man arbeiðir ofta til kl.17.30 og nógvar leygardagar, so meðan tíni vinfólk hugna sær í fritíðini, stendur mann og arbeiðir. Eisini tá mann gerst eldri og ætlar at fáa sær børn, gevast nógvar, tí at arb eiðstíðirnar ikki samsvara við, tá børnini hava frí. Tað er eisini hart fysiskt, so hugsa um tín rygg, bein, armar og nakka, tí tú kemur at standa allan dagin, og so er tað eisini týdningarmikið, at tú ert glað og positiv í arbeiðstíðini, sjálvt um okkurt er áfatt. Fyrimunurin við at gerast frisør er, at tað er spennandi at fylgja við rákinum, ein hittir heilt ótrúliga nógvum ymiskum fólkum og persónligheitum, sleppur at seta sín dám á sítt egna handverk, og um ein tímir, kann mann fara til heilt ótrúliga nógv áhugaverd skeið og messur uttanlanda. At vera hárfríðkari er ein lívstílur, so um mann brennur fyri hesum, so er tað tað, mann skal miða eftir.
69
LESANDI Í FØROYUM
LÆRLINGAR:
HVÍ EINA YRKISÚTBÚGVING? HVØRJIR ERU MØGULEIKARNIR? H
esir eru spurningar, sum ofta og av røttum verða settir. Tað er umráð andi at hugsa seg væl um, hvørja útbúgving ein kundi hugsað sær at tikið, tí tær eru rættiliga nógvar og ymiskar. Við einari yrkisútbúgving ber eisini til at taka yvirbygning til flestu greinirnar. Yvirlit er á www.yrkisdepilin.fo, har allar viðkomandi upplýsingar um yrkisútbúgvingar eru til skjals. Yvirskipað kann sigast, at tá ið ein hevur fingið avtalu við lærumeistara, skal sáttmáli verða skrivaður ímillum lærling og lærumeistara. Lærukontraktin skal vera góðkend og undirskrivað av Yrkisdepl inum, áðrenn byrjað verður. Við einum lærusáttmála fylgja eisini nøkur grund leggjandi rættindi við, rættindi viðvíkjandi løn, eftirløn, frítíð, frítíðarløn, skúlagongd o.ø. og sjálvandi eisini skyldur. Hetta eru alt viðurskifti, øll hava skyldu at seta seg inní. Tess meiri, tú sum lær lingur setir teg inn í hesi viðurskifti, tess meiri vitan fært tú. Vitan, sum tú kanst taka við tær inn í vaksnamannalívið. Ein yrkisútbúgving er ein breið og góð út búgving, ið gevur tær nógvan førleika á lívsleiðini innan nógv yrki. Eg haldi tað vera sera umráðandi, at ungdómurin nemur sær hesa vitan, tí annars er vandi fyri, at alt steðgar upp. Øll kunna ikki ganga á
70
miðnámi. Eitt samfelag má hava fólk við førleikum sum handverkarar, og tað fer altíð at vera tørvur á fólki við hesari vit an. T.d í byggivinnuni og aðrari vinnu á landi og sjógvi. Kanningar vísa, at vitan er lykilin til góð úrslit, gott arbeiðsum hvørvi, samstarv og harvið eitt gott arbeiðs lív. Tí vil eg avgjørt ráða ungdóminum til at fáa sær eina góða yrkisútbúgving, tí, sum sagt, møguleikarnir eru nógvir. Sum lærlingur hevur tú eisini møguleika at gerast limur í fakfelag, sum so aftur tryggjar tær rættindi, tú annars ikki hevur. Tað merkir millum annað, at taka ósemjur seg upp millum teg og arbeiðsgevaran, er fakfelagið tín stuðul og veitir ókeypis advokathjálp, gerst tað neyðugt. Sum limur í Havnar Handverkarafelag ert tú eisini við í bólkatryggingini, sum fevnir um: ›› Útgjald við deyða ›› Útgjald fyri ávísar hættisligar sjúkur ›› Eisini børn hjá tryggingartakara (millum 28 dagar og 18 ár). Neyvari kunning um tryggingar og treytir fæst við at venda sær til felagið. www.handverk.fo
Eli Brimsvík Formaðurin í Havnar Handverkarafelag
LÆRLINGAR:
7 SKJÓTIR spurningar um at vera í læru eg ikki so væl at ganga í skúla.
Hvussu eru umstøðurnar at vera í læru í Føroyum? Umstøðurnar eru heilt góðar! Tey flestu arbeiðsplássini eru so mikið lítil, at tú kemur at kenna tað mesta av fólkinum nokk so skjótt. NAVN: Jógvan Viderø Olsen
Hvat fær mann burturúr?
ALDUR: 28
Tú fært fyrst og fremst eina góða útbúgving og nógvar ymiskar royndir innan títt fak.
YRKI: Flogmekanikari
Hví valdi tú at fara í læru? Eg havi altíð havt sera stóran áhuga fyri bæði flúgvara og tyrlu og øllum viðvíkjandi teknikki og mekanikki, síðan eg var smádrongur – og so tímdi
Hevur tú framtíðarætlanir við útbúgvingini? Ja, tað havi eg absolutt!
eftir læruna, so eg kann fáa fleiri fakligar royndir. Og so er dreymurin at spesialiserast innan eina ávísa typu av flogfari/tyrlu.
Hví skulu onnur gera sum tú og gerast lærlingar í Føroyum? Nú havi eg lært til maskinsmið og eri um at gerast liðugur sum flogmekanikari. Eg havi lagt til merkis (og fingið at vita frá øðrum, sum hava tikið somu útbúgvingar uttanlands), at teir/tey ikki hava havt møguleika at læra fleiri av teimum tingunum, sum vit fáa møguleikan at læra í Føroyum.
Um ja, hvørjar?
Hvat skal mann hava í huga, og hvørjir fyrimunar og vansar eru?
Eg vóni at sleppa at halda fram hjá Atlantic Airways
Ein fyrimunur við „mínari“ útbúgving er
tann, at í Føroyum hava vit møguleikan at bæði arbeiða upp á tyrlur og flogfør, har tú í flestum øðrum londum verður noydd/ur at velja bert tað eina. Vansar: Lærlingalønin í Føroyum er ikki nóg góð. So tað kann til tíðir vera ringt at fáa endarnar at hanga saman. Serliga tá ið Føroyar er eitt rímiliga dýrt land at búgva í.
71
LESANDI Í FØROYUM
NAVN: Lávus Kárason Djurhuus ALDUR: 23 YRKI: Grannskoðaralærlingur
Hví valdi tú at fara í læru? Orsøkin til at eg valdi at fara í læru er, at tað, ein lærir í skúlanum, oftast er nógv lættari at læra og skilja, um tú fært møguleika at nýta læruna beinleiðis í tí
veruliga lívinum. Soleiðis fær ein eina nógv betri fatan av, hvussu teori og praksis hanga saman. Mær hevur altíð dámt væl at gingið í skúla, og somuleiðis hevur mær altíð dámt at arbeitt, so hendan samansetingin av skúlagongd og arbeiði passar mær sera væl. Annars er eisini møguleiki at taka somu útbúgving upp á styttri tíð uttan at arbeiða samstundis, men orsøkin til at eg havi valt at taka tann tunga og langa vegin er, at fyri meg hava arbeiðsroyndir, netverk og innlit sera nógv at siga.
Hvussu eru umstøðurnar at vera í læru í Føroyum? Umstøðurnar at fara í læru í Føroyum eru sum heild góðar. Tó haldi eg, at lærlingar mangla bíligar bústaðarmøguleikar, men
Hví valdi tú at fara í læru?
NAVN: Hanna á Brúgv ALDUR: 23 YRKI: Hárfríðkanarnæmingur
Sum smágenta var eg nógv hjá fastur míni í Vestmanna, sum hevði salong í kjallaranum. Eg elskaði at hyggja eftir henni arbeiða og hjálpa til á salongini. Síðan tá havi eg altíð viljað tann vegin. Eg havi ongantíð tímað væl at sitið still á skúlabonki ella aftan fyri ein telduskerm. Eg trívist betur sum handverkari. Dagurin til arbeiðis er ongantíð tann sami, tað er stuttligt at sleppa at skapa okkurt nýtt og síggja úrslit hvønn dag.
Hvussu eru umstøðurnar at vera í læru í Føroyum? Tær eru OK. Tað hevði verið
72
hesin trupulleikin tykist ikki bert vera fyri lærlingar.
Hvat fær mann burturúr? Innan mítt yrki er mín fatan, at tað er ein stórur fyrimunur at hava arbeiðsroyndir eftir lokna útbúgving, og tað fái eg burturúr at arbeiða samstundis, sum eg gangi í skúla. Eisini eri eg so heppin, at arbeiðsplássið fíggjar útbúgvingina, so hesum sleppi eg undan at hugsa um.
Hevur tú framtíðarætlanir við útbúgvingini? Ja.
Um ja, hvørjar? Eg havi ætlanir at lesa víðari til cand.merc.aud. Hví skulu onnur gera sum
betri, um vit høvdu eitt virkið felag fyri frisørum/ lærlingum. Tá mann byrjar sum lærlingur, kann tað vera trupult at seta seg inn í reglurnar um feriu, løn, lønarseðlar, skúla, barsil, yvirtíð o.s.fr. Summir næmingar hava trupult við at spyrja lærumeistaran ov nógv um tílíkt, tí næmingar eru bangnir fyri, at tað kann uppfatast skeivt. Tað hevði eisini verið betri, um næmingar í Føroyum høvdu eitt netverk. Tá ið mann er á salongini, er mann so gott sum einsamallur. Tað hevði verið stuttligari, um allir næmingar á Tekniska skúla kundu havt ymisk tiltøk og veistlur saman, sum miðnámsskúlarnir hava.
tú og gerast lærlingar í Føroyum? Eg haldi, at onnur skulu gera sum eg, tí mann hevur møguleika at uppbyggja sær arbeiðsroyndir, breiðari vitan og eitt netverk innan tað yrkið, mann framyvir ætlar at arbeiða við. Hetta kann hava stóran týdning, tá ein er liðugur við útbúgvingina.
Hvat skal mann hava í huga, og hvørjir fyrimunar og vansar eru? Fyrimunir við at taka útbúgvingina á sama hátt, sum eg geri, er, at ein uppbyggir sær eitt netverk, royndir og størri vitan, enn ein fær við bert at sita á skúlabonki. Vansar eru, at tú kemur at arbeiða fulla tíð, samstundis sum tú tekur eina bachelorútbúgving. Hetta fer sjálvsagt við nógvari tíð og orku.
Hvat fær mann burturúr? Eg læri nógv ymiskt. Bæði handaliga, men eisini at arbeiða við fólki. Eg fái eina útbúgving, sum eg altíð kann brúka. Tað eru nógv skeið, vit kunna fara til allatíðina, har vit læra um nýggjar teknikkir og litir, so tað broytist og flytur seg allatíð til okkurt nýtt. So kann eg menna meg víðari innan fakið, um eg vil. Beauty-branchan er breið. Fleiri frisørar eru eisini makeup- artistar, kosmetikarar og gera negl.
Hevur tú framtíðarætlanir við útbúgvingini? Eg veit ikki. Eg gleði meg at
blíva liðug í læru og arbeiða sum sveinur. So fari eg at taka tað harfrá.
Hví skula onnur gera sum tú og gerast lærlingar í Føroyum? Um tú brennur fyri at blíva frisør og tímir væl
at arbeiða langar dagar og handverkaliga, so er frisørverðin nokk akkurát nakað fyri teg. Og eisini um tú heldur tað vera spennandi at fáa nógvar avbjóðingar, og at fakið broytist allatíð við mótanum.
akkurát „lærulívið“ í Føroyum. Eg veit, at fólk, ið eru í læru, vanliga eru láglønt og arbeiða ofta vikuskifti og kanska heldur „keðiligar“ tíðir, t.d. 10-18 ella annað. Mær dámar sera væl mína „flextíð“, ið vanliga eitur 8-16, men eg havi møguleikan at arbeiða meir ella minni, so leingi vikan eitur 40 tímar. NAVN: Elsa Brogaard í Áarstovu ALDUR: 22 YRKI: Leiðari
Hví valdi tú at fara í læru? Eg valdi at fara í læru, tí eg fekk bjóðað ein lærusáttmála, ein ikki kann siga nei til. Eg elski tað, eg geri, og tað gevur ikki meining at siga nei at fara í læru í sama starvi. Harafturat fært tú pappír uppá, at tú faktiskt dugir tað, tú gert (váttan frá skúlaskeiðum o.ø.) og ikki bara eitt viðmæli ella arbeiðsváttan, tá mann einaferð sigur upp ella fer víðari.
Hvussu eru umstøðurnar at vera í læru í Føroyum? Eg veit ikki so nógv um
Hvat fær mann burturúr? Tað, eg fái burturúr, er sjálvandi eina útbúgving. Eg komi at vera útlærdur søluatstøðingur við sergrein innan retail. Mær hevur altíð dámt væl at arbeiða við og rundan um fólk. Harafturat haldi eg handilslívið vera sera áhugavert, tí tað er ein vinna, ið aldrin er tann sama – uppgávurnar broytast kanska ikki so nógv frá einum degi í annan, men tú kemur altíð at uppliva okkurt øðrvísi.
Hevur tú framtíðarætlanir við útbúgvingini? Ein dag kundi eg sjálvandi gott hugsað mær, at hendan útbúgvingin gav mær møguleikan at koma longri innan handilsvinnuna, men sum nú er taki eg ein dag í senn, trívist í tí eg geri og
Hvat skal mann hava í huga, og hvørjir fyrimunar og vansar eru? Mann skal hava í huga, at tað krevur, at mann tímir at arbeiða nógv. Vit skula arbeiða, tá onnur vanliga eru í feriu. Tá tey skula snøggast til summar og jólini. Tað eru langir dagar,
fái eina góða útbúgving, ið eg faktist kann brúka til alt. Eg havi eisini starvast so mikið leingi sum leiðari, at tá eg eri liðug, so pyntar tað alvorliga upp á mítt CV, óansæð hvat eg ætli mær í framtíðini.
Hví skulu onnur gerast sum tú og gerast lærlingar í Føroyum? Tað er ongantíð eitt neiligt ting at lesa – tú mennir teg sjálvan, tíni áhugamál og kann menna fólk rundan um teg við vitan og lærdómi, tú hevur lisið teg til. Tú sleppur sjálvandi eisini longst í dag við einari útbúgving, um tað so er at fara í læru, lesa miðnám, akademikaraútbúgving ella okkurt heilt annað.
og tað er eitt fysiskt hart arbeiði. Tað er ein fyrimunur at fara á Tekniska skúla áðrenn, so hevur ein lættari við at fáa eitt lærupláss, tí mann hevur eitt sindur av vitan innan fakið, tá mann kemur á salongina.
eina løtu at vera í læru, at mann vanliga ikki fær líka nógv í løn sum onnur, ið arbeiða vanligt ella eru liðug í læru, men mann skal eisini hugsa um allar fyrimunirnar: til dømis at tú mennir teg sjálva/n innan júst nakað, ið tú dugur og elskar og brennir fyri, og tá tú einaferð, eftir umleið 4 ár í læru, kanst ugga teg sjálva/n við, at tú megnaði lærutíðina. Nú hevur tú alla tína framtíð at tjena pengar og at blíva enn betri til júst tað, tú gert!
Hvat skal mann hava í huga, og hvørjir fyrimunar og vansar eru? Eg haldi avgjørt at tað at fara í læru er eitt gott hugskot, tí at fólk, ið bara lesa alt sítt lív, vita ofta ikki, hvussu tey skulu bera seg at í arbeiðslívinum og duga ikki at bera seg at, tí tað einasta tey kenna er tað bókliga, og ikki tað praktiska. Fert tú í læru, so fært tú eitt sindur av hvørjum. Mann skal tó hava í huga, at tað tekur
73
Lestrar hjálp FÁ SUM MEST BURTURÚR TÍNUM LESTRARLÍVI
/ 76
ÍSKOYTISLESNAÐUR
/ 78
SVEIGGJ
/ 80
MÁLSLIG FYRIREIKINGARSKEIÐ
/ 81
U L T I M AT I V I C H E C K L I S T I N
/ 82
RÁÐGEVINGIN
/ 85
B E T R I L E G AT
/ 87
SKIFTISLESTUR
/ 88
F Ø R O YA F R Á D R ÁT T U R
/ 90
FORELDUR OG LESANDI
/ 91
GRANSKINGARRÁÐIÐ
/ 96
75
LESTRAR HJÁLP
FÁ SUM MEST BURTURÚR TÍNUM
LESTRAR LÍVI VIT ERU ØLL SO YMISK, MEN TÓ IKKI. TAÐ ER SERA YMISKT, HVUSSU VIT ARBEIÐA BEST, OG HVUSSU VIT FÁA SUM MEST BURTUR ÚR GERANDISDEGNUM HJÁ OKKUM – TÓ ERU SUMMI TING, HAR TEY FLESTU ERU SAMD UM, HVAT ER BEST, OG HVAT BARA IKKI ER GOTT Í LESTRARLÍVINUM. TÍ GEVA VIT TYKKUM NØKUR RÁÐ UM, HVAT ER GOTT, OG HVAT ER MINNI GOTT AT GERA. Navn: Katrin Fríða Jógvansdóttir Lestrarland: Danmark Útbúgving: Løgfrøði á Københavns Universitet
GOTT AT GERA: Far á lesisal ella bókasavn, tá tú skalt gera skúlating. Á hendan hátt sleppur tú undan, at heimið hjá tær gerst eitt akademiskt fongsul, og harafturat eru ikki eins nógv ting, sum órógva og freista teg, so sum at tendra sjónvarpið, at rudda og vaska ella nakað so einfalt sum songin og freistingin at fáa sær ein blund. Ger eina ætlan, um hvat tú skalt náa at lesa hvønn dag. Hetta kann hjálpa tær
76
at koma í gongd hvønn dag og at leggja ætlan fyri, hvørjar frídagar tú kanst loyva at taka tær.
Les alt pensum til tíðina og syrg fyri, at tað er fyri aðru ferð, tá tú lesur uppá til roynd. Tú lærir sera nógv aðru og triðju ferð, tú lesur pensum. Harafturat er tað trupult at lesa alt fyri fyrstu ferð, tá tú lesur til roynd, tí tá hava nervarnir tað við at spæla eitt puss við heilan. Far út. Tað er sera gott at kobla av
Eitt, sum hevur verið mær sera kært og motiverandi, er at hava ein lesipartn ara. Hetta ger, at tú noyðist at fara upp um morgunin og út og at sita so leingi, sum tit hava avtalað – tí hvør tímur at vera verri enn hini?
og geva sær tíð at fara út við vinum, á konsert, ganga túr ella hvat tær nú einaferð dámar at takast við í frítíðini. Hetta gevur tær motivatión og minkar um vandan fyri stress!
Halt frí, tá tú hevur frí. Ikki ganga runt og hugsa um hvat tú ikki náddi. Eitt, sum hevur verið mær sera kært og motiverandi, er at hava ein lesipartn ara. Hetta ger, at tú noyðist at fara upp um morgunin og út og at sita so leingi, sum tit hava avtalað – tí hvør tímur at vera verri enn hini? ;) Tó er sera týdningarmikið at finna tína egnu rútmu! Ein sera góður máti at fáa sum mest burtur úr tínum lestrarlívi og at koma at kenna nýggj fólk, er ígjøgnum sjálvboðið arbeiði. Tó bert um tú hevur yvirskot til tess.
LAT VERA VIÐ: At eta gularøtur og annan mat, ið larma r nógv, tá tú ert á lesisali. Fólk rundan um teg verða avgjørt ikki imponerað av tær. At telja síður meðan tú situr og lesur. Tú skalt nokk klára at lesa alt og sleppa heim. Tað einasta, ið kemur burturúr at telja síður, er, at tú missir bindindini og ikki lesur tekstin nóg gjølla. At tosa inni á lesisalinum. Hetta er illa dámt, og tú kemur sjálv/ur at uppliva at irriterast inn á hetta. Um tú skalt tosa við tín vin, far so út. Hetta ger eisini tað, at tit fáa ein væl uppibornan steðg og klára at fokusera, tá tit seta tykkum aftur til bøkurnar. At seta tær órealistisk mál. Tað snýr seg um at skilja tekstin. Tað nyttar ikki at lesa 150 síður, um tú ikki skilir, hvat tað er, tú hevur lisið! Gev tær ta tíð, tað tekur! At lesa alt ov nógv heima. Sí om anfyri.
Tað nyttar ikki at lesa 150 síður, um tú ikki skilir, hvat tað er, tú hevur lisið! Gev tær ta tíð, tað tekur!
Eitt, sum er sera týdningarmikið, er, at tú ikki samanber teg við onnur. Arbeið í tínum egna tempo og ikki hugsa um, hvat hini gera. Tað kemur tú onga leið við.
77
LESTRAR HJÁLP
ÍSKOYTIS LESNAÐUR
Mynd: setur.fo
Navn: Holger Arnbjerg Lestrarvegleiðari Altjóða Skrivstovan www.setur.fo/ask Teldupostur: ask@setur.fo
78
VARÐ PRÓGVIÐ IKKI SUM ÆTLAÐ? HVAT SO? EFTIR LOKNA MIÐNÁMSÚTBÚGVING ER VIÐHVØRT NEYÐUGT AT LEGGJA NAKRAR LÆRUGREINAR AFTURAT FYRI AT LÚKA TILSKILAÐU KRØVINI HJÁ HÆGRI LÆRUSTOVNUM.
T
að ótrúliga er hent. Tú hevur funn ið dreymaútbúgvingina! Frálíkt! Men tú lýkur ikki upptøkutreyt irnar. Kanska krevja tey støddfrøði A, enskt A ella okkurt heilt triðja. Og tú manglar júst ta lærugreinina. Fall ikki í fátt. Tú kanst altið skoyta upp í (supplera) lærugreinar – í Føroyum, umvegis netið ella í Danmark.
TREYTAÐ UPPTØKA Flest øll universitet loyva umsøkjarum at senda ískoytisprógvið aftan á sjálva umsóknina. Um tær manglar eina lærugrein fyri
at lúka upptøkukrøvini, kanst tú skoyta uppí í summarfrítíðini í Danmørk á ein um sokallaðum „turboholdi“. Hesi skeið ini vara í umleið fýra vikur, og tú sendir prógvið til universitetið, har tú søkir um upptøku, tá ið skeiðið er lokið. Tú kanst sostatt fáa boð um upptøku á universi tetinum 30. juli treytað av, at tú stendur ískoytisskeiðið og sendir universitetinum prógvið fyri lestrarbyrjan 1. septembur.
Tú kanst sostatt fáa boð um upptøku á universitetinum 30. juli treytað av, at tú stendur ískoytisskeiðið og sendir universitetinum prógvið fyri lestrarbyrjan 1. septembur
Legg lærugreinar afturat bæði í Føroyum og sum fjarlestur. ÍSKOYTISLESNAÐUR Í DANMARK GSK er fyri tey, ið skulu skoyta upp í miðnámsút búgvingina við einari ella fleiri lærugreinum fyri at lúka upptøkukrøvini til eina hægri útbúgving. Les meira her: http://www.gsdanmark.dk/.
SU Til ber at søkja um SU til stutt ískoytisskeið hjá GSK. Fyri at fáa SU krevst at tú hevur í minsta lagi 16 tímar undirvísing um vikuna, og at ískoyt isskeiðið ikki varar longri enn 12 vikur. Tú nýtir ikki SU-klipp til hægri útbúgving, meðan tú fært SU hjá GSK. Sí meira á www.su.dk, har tú eisini søkir SU.
ÍSKOYTISLESNAÐUR Í FØROYUM Um tað er pláss í flokkinum, ber til at vera stakgreinalesandi á miðnámsskúlunum. Ein stakg reinalesandi fylgir vanligu undirvísingini hjá einum flokki í eitt ár. Tað ber til at taka eina ella fleiri lærugreinar. Søk í góðari tíð. Lesandi við heimab úgva ndi børnum undi r 10 ár koma undir lestrarstuðulsreglu gerðina um heiltíðarlestur, um tey lesa í minsta lagi 20 tímar um vikuna. Tað ber eisini til at vera sjálvlesandi. Til meldingarfreistin er í februar, og próvtøk an er í mai/juni. Sjálvlesandi kunnu fáa vegleiðing í upp til 3 tímar frá læraranum í lærugreinini. Kvøldskúlin bjóðar nakrar lærugreinar, ofta tær vanligu ískoytislærugreinarnar, t.d. støddfrøði.
ÍSKOYTISLESNAÐUR UMVEGIS NETIÐ
UMSÓKNARFREISTIR Ískoytisskeið um summarið: 5. juli. Ískoytisskeið um heystið: 15. august. Ískoytisskeið um várið: 1. desembur.
LUTTAKARAGJALD Undirvísingin hjá GSK er ókeypis, um tú byrjar í seinasta lagi tann 1. oktobur tvey ár eftir, at tú ert liðug/ur við tína miðnámsútbúgving. Um søkjarir, ið byrja seinni enn hetta, skulu gjalda fyri undirvísingina sambært reglurnar fyri stak greinaundirvísing.
GG! Luttakaragjaldið er kr. 450 fyri hvørja lærugrein. DTU (Danmarks Tekniske Universitet í Lyngby) hevur eisini serlig ískoytisskeið – les meira her: http://www.adgangskursus.dtu.dk/ Uddannelse/Suppleringskursus.
Ein annar møguleiki fyri ískoytislesnaði í Føroyum er at vera fjarlesandi, td. í Dan mark. Nærri kunning fæst á www.kvu. dk, ella www.vuc.nu.
79
LESTRAR HJÁLP
SVEIGGJ:
EIN
serføroysk LOYSN
ATLANTIC AIRWAYS ER FLOGFELAGIÐ HJÁ FØROYINGUM, OG FELAGIÐ OG STARVSFÓLKINI HAR ARBEIÐA HART FYRI AT KNÝTA FØROYAR NÆRRI UMHEIMINUM. Í LONGRI TÍÐ HEVUR VERIÐ ARBEITT VIÐ EINI SKIPAN, IÐ KNÝTIR LESANDI OG UNGDÓM, SUM BÚGVA UTTANLANDS, NÆRRI FØROYUM. HENDAN SKIPANIN, NEVND SVEIGGJ, VARÐ SETT Á STOVN FYRST Í HESUM ÁRINUM.
„T
á ið vit byrjaðu uppá skipanina, sóu vit beinanvegin, at vit máttu menna eina serføroyska skipan fyri at nøkta tørvin hjá ungu og lesandi føroyingunum. Miðalaldurin hjá føroy ingum, ið lesa hægri lestur í Danmark er júst 27 ár, og tey, sum útbúgva seg í Føroyum, eru í miðal 29 ár. Tí er ikki nóg mikið at bara bjóða ein ungdómsprís upp til 25 ár,“ sigur Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways og leggur afturat: „Umframt at skipanin er ætlað at knýta lesandi og ungdóm, sum búgva uttan lands, nærri Føroyum, vildu vit eisini gera tað meiri áhugavert at búgva og nema sær útbúgving í Føroyum. Og tí vildu vit vildu eisini fegin bjóða somu skipan til føroyingar undir lestri í Føroyum.“
80
Undirtøkan hevur eisini verið serstak liga góð, og hetta fegnast flogfelagið sjálvandi um. Sveiggj-ferðaseðlar eru tøkir á Dan markar- og NORÐ-rutunum hjá Atlantic Airways, og sum nakað nýtt eru Sveiggjferðaseðlar eisini tøkir á teimum báðum vælumtóktu sólrutunum, Barcelona og Mallorca, uttanfyri háárstíð. „Vit eru sera fegin um hesa skipanina, sum ger tað fíggjarliga lagaligari hjá ung dómi og lesandi at ferðast til og úr Føroy um – at sveiggja aftur og fram. Umframt, at ein slík loysn leingi hevur verið eitt politiskt ynski, so eru tey ungu okkara besta íløga í framtíðina,“ sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways at enda.
MÁLSLIG
FYRIREIKINGAR SKEIÐ STUDNI VEITIR STUÐUL TIL MÁLSLIG FYRIREIKINGARSKEIÐ TIL HÆGRI ÚTBÚGVINGAR Í IKKI-ENSKTTALANDI LONDUM.
S
tuðulin verður í fyrstu atløgu veitt ur sum lán til skúlagjald og lán til livikostnað. Til skúlagjaldið verður veitt lán, tó vanliga í mesta lagi kr. 20.000. Skúlagjaldið umfatar bert útreiðslur, ið hava beinleiðis við lesturin at gera. Til livikostnað verður veitt lán. Lánsupp hæddin, ið verður veitt hvønn mánaða, er mánaðarliga studningsupphæddin, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum. Stuðulin verður í mesta lagi veittur í 6 mánaðir, men er talan um heilt fremmant mál, kann stuðul veitast í upp til eitt ár. Tað serliga við hesi skipan er, at um tú, innan 15 mánaðir eftir at málsliga fyrireikingar skeiðið er endað, fert undir hægri lestur á lærustovni, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireik ingarskeiðnum, verða lánini umløgd til studning. Umleggingin verður framd, eftir at tú hevur tikið próvtøkurnar á fyrsta lestrarári í útbúgvingini.
TREYTIR Fyri at verða heimilað til studning eru niðanfyristandandi krøv til málsligu fyri reikingarskeiðini: 1. Skeiðini skulu vera málsliga førleika gevandi til hægri lestur. Hetta merkir, at luttøkan á skeiðnum ella tann enda liga próvtøkan á skeiðnum er á einum tílíkum støði, at tú nært tann málsliga
førleikan, ið skal til fyri at lesa á hægri lærustovni. Skjalprógv fyri at so er má viðleggjast umsóknini. 2. Skeiðini skulu vera fulltíðarskeið við í minsta lagi 15 tímum um vikuna. 3. Skeiðini skulu eisini góðkennast av Studna.
Navn: Holger Arnbjerg Lestrarvegleiðari Altjóða Skrivstovan www.setur.fo/ask
MANNAGONGD Best er at søkja um stuðul, áðrenn farið verður á málsliga fyrireikingarskeiðið. Umsóknarfreistin er tó fyrst úti, tá skeiðið endar. Umsóknarblaðið „Umsóknarblað til málslig fyrireikingarskeið“ verður sam an við skjalprógvum sent Studna. Her verður hugsað um skjalprógv fyri, at tú fært tann málsliga førleikan, ið skal til fyri at lesa á hægri lærustovni. Um um sóknin verður játtað, fært tú saman við játtanarskrivinum eitt skuldarbræv við eini upphædd, sum svarar til kostnað in, ið Studni veitir í láni til skúlagjald ið og láni til livikostnað. Tað er henda upphædd, ið seinni kann verða umløgd til studning. Í fyrsta umfari rindar tú skúlagjaldið. Skúlagjaldsparturin verð ur útgoldin, tá skuldarbrævið og kvitt anin fyri at skúlagjaldið er goldið, eru Studna í hendi. Livikostnaðarparturin verður útgoldin mánaðarliga.
Teldupostur: ask@setur.fo
Kelda: www.studni.fo
81
LESTRAR HJÁLP
Týdningarmiklir dagar
FYRI LESANDI UTTANFYRI FØROYAR: FEBRUAR
JUNI
Ræstkjøtaveitslan hjá MFS í Føroyahúsinum í Keypmannahavn
Søkja Betri legat
Send inn prógv um supplering, um tú hevur fingið treytaða upptøku á útbúgving við vetrarbyrjan og supplerar um heystið/veturin Til ber at søkja fíggjarligan stuðul frá Granskingarráðnum, innan gransking í føroyskum viðurskiftum. – Sí meira á www.gransking.fo Freist at søkja: Erasmus
Seinasta freist at søkja um ferðastuð ul hjá Studna hjá teimum, ið byrjaðu at lesa um heystið, er 30, juni
Ultimo: Svar um tú fært eitt standby-pláss í DK hesa lestrarhálvuna
SEPTEMBUR Aðalfundur hjá MFS í Keypmannahavn
JULI Umsóknarfreist hægri lærustovn í Danmark Skjalprógv fyri kvotu 2 til fak, ið ikki vóru staðin innan 15. mars
29. er Lestrargonga í Keypmannahavn
OKTOBUR Flogvit
MARTS „Opið hús“ á Københavns Universitet. Møguleiki at vitja allar útbúgvingar á skúlanum. Umsóknarfreist til kvotu 2 fyri lesandi sum ætla sær til Danmarkar. Ársuppgerðin kemur í skattamapp una. Um tú hevur føroyafrádrátt, skal hesin setast inn. Uppgerðin skal rættast áðrenn 1. mai. Um tú hevur inntøku úr Føroyum, er freistin at uppgeva hesa 1. juli
Freist at boða frá á optagelse. dk, at mann er tilmeldaður suppleringsskeið komandi summar ella heyst (GG! at tú kanst bert supplera um heystið, um tú søkir inn á útbúgving, ið byrjar um veturin. Um tú søkir inn á medisin, er freistin tó fyrr (mars), og tú skalt boða sjálvum skúlanum frá). Svar upp á umsókn til hægri lærustovn í DK Almannakunngering av, hvørjar útbúgvingar hava tøk pláss
AUGUST Pisudagar
APRÍL
25. er Flaggdagshald á Regensen í Keypmannahavn og hjá øðrum føroyingafeløgunum runt í landinum.
82
NOVEMBUR Freist at søkja tøk pláss til diplomingeniørútbúgving, ið byrjar í januar/februar DK Forskotsuppgerðin fyri árið eftir sæst í skattamappuni. Um tú hevur føroyafrádrátt, kanst tú seta hann á uppgerðina.
DESEMBUR Jobmatch
Aðalfundur hjá MFS
Umsóknarfreist til Flogvit Umsóknarfreist til starvslestur um heystið á føroysku sendistovunum og aðalráðunum í Føroyum
Umsóknarfreist til starvslestur um várið á føroysku sendistovunum og aðalráðunum í Føroyum
Freist at søkja Betri legat Freist at taka av lestrarplássi í Danmark Freist at søkja pláss, ið enn vóru tøk 28. august, og sum byrja í august/ septembur
Freist at søkja um ferðastuðul hjá Studna hjá teimum, sum byrjaðu at lesa um várið
Minst til: At fáa tær danskt CPR-nummar! Tá tú meldar flyting til Danmarkar fært tú eitt danskt CPR-nummar. Tað krevst tó, at tú verður skrásett/ ur á einum bústaði. Í Danmark krevst CPR-nummar til næstan alt, frá NemID, at søkja um SU til telefonhald.
Minst tá til at gera p-talið virkið, áðrenn tú skalt hava løn í FO.
Um tú ert forsyrgjari, kanst tú fáa eitt fyribils CPR-nummar soleiðis at tú kanst skriva á stovn í góðari tíð. (G.G. fyri at barnið kann byrja á stovni, skal tað hava fingið eitt „ordiligt“ CPR-nummar)
Hevur tú lestrarstarv (ella annað starv) > minst til at søkja um føroyafrádrátt hjá SKAT.
At søkja um lestrarstuðul í góðari tíð. Tú kanst søkja um SU ein mánaða áðrenn, tú kanst fáa SU, tvs. at um tú byrjar at lesa í september, kanst tú søkja 1. august. Tú hevur møguleika at søkja um eyka klipp, um tú ert seinkað/ur orsakað av studentapolitiskum arbeiði (DK). Minst til at skattaskráseta teg hjá SKAT tá tú ert fluttur/flutt, so tú rindar rættan skatt beinanvegin At søkja kollegie (Kollegiernes Kontor, FSB, findbolig.nu, o.s.fr.) – Tað er týdningarmikið at gera hetta í góðari tíð í teimum størru lestrarbýunum. Um tú boðar TAKS frá, at tú vilt varðveita fulla skattaskyldu í FO, fært tú somu skattafyrimunir sum heimalesandi, um tú t.d. kemur heim at arbeiða í feriunum. Sí meir á http://www.taks.fo/fo/ borgari/skattur/at-vardveita-fullaskattskyldu-i-foroyum/ (mai)
Tekna tær eina trygging! Tær týdningarmestu eru innbúgvstrygging, ábyrgdartrygging og ferðatrygging.
Kanna um eitt lestrarfelag er, ið umboðar tína útbúgving. Føroysk lestrarfeløg eru á RUC, CBS, løgfrøði, sálarfrøði, humaniora, búskaparfrøði o.s.fr. í Keypmannahavn. Í partinum um „Lesandi uttanlands“ í hesum blaðnum er møguligt at síggja, hvussu tú setir teg í samband við títt lestrarfelag ella føroyingafelag. Kanna um eitt føroyingafelag er har, sum tú flytur til. Skriva teg upp í einum A-kassa í minsta lagi 12. mánaðir, áðrenn lesturin er liðugur fyri at fáa dag pengar longu fyrsta mánaðin, tú ert liðug/ur. Ger hetta eisini, um tú ætlar tær heim beint eftir lesturin, , tí tú kanst taka arbeiðsloysisstuðulin við tær til Føroya í upp til tríggjar mánaðir. Far í ein felagsskap ella felag, ið umboðar tína útbúgving, t.d. Djøf, Dansk Magisterfelag ella IDA. Tað er ofta ókeypis at vera limur, meðan tú lesur, og feløgini bjóða ofta eitt nú lagaligar tryggingar og ráð og hjálp at søkja starv.
Er lesturin hjá tær ikki í enskt talandi talandi londum, hevur tú møguleika at søkja fígging til eitt málsligt fyrireikingarskeið (áðrenn lesturin). Sí meira á heimasíðuni hjá Studna. Um tú søkir inn á eina útbúgving í Danmark seinast tvey ár eftir, at tú ert liðugur við tína „Adgangsgivende eksamen”/ miðnámsskúlaútbúgving, verður títt miðaltal faldað við 1,08. Uddannelsesloft: Í Danmark er lóg um „dobbeltuddannelse“ viðtikin, ið merkir, at lesandi, ið hava eina útbúgving, ikki longu kunnu taka eina útbúgving afturat, ið er á sama stigi. Fleiri útbúgvingar eru tó undantiknar, so sum støddfrøði og software. Tó eru fleiri undantøk – minst tí til at kanna gjølla, hvørjar reglur eru galdandi. Verður tú innkallaður til danska hernaðartænastu, minst so til at søkja um undantaksloyvi, um tú ikki ynskir at fara í herin Ynskir tú at tosa við títt lestrarstað, og møguliga vitja skúlan sjálvan, hava flest øll lestrarstað opið hús. Kanna nær títt lestrarstøð hevur opið hús.
Hetta yvirlitið er einans upplýsandi, og MFS frátekur sær tí alla ábyrgd, um tú missir eina freist. Hetta yvirlitið er einans gjørt fyri at upplýsa teg um, hvørjir møgu leikar eru, og hvat er gott at minnast til.
83
LESTRAR HJÁLP
Í FØROYUM:
Týdningarmiklir dagar JANUAR
Umsóknarfreist: Framleiðslutøkningur
Umsóknarfreist: Akademiútbúgving
NOVEMBUR Umsóknarfreist: Heilsuhjálpari
Umsóknarfreist: Byggitøkningur Umsóknarfreist: Heilsurøktari
MARS
JULI
Umsóknarfreist: Húsarhaldsskúlin
Umsóknarfreist: Bachelor á Setrinum (kvota 1)
DESEMBUR
Umsóknarfreist: Master á Setrinum
Umsóknarfreist: Maskinistur
Umsóknarfreist: Teldustøðingur
Umsóknarfreist: Maskinmeistari
Umsóknarfreist: Akademiútbúgving
Umsóknarfreist: Skipari (Tórshavn)
Umsóknarfreist: HD 1. partur (upptøka annaðhvørt ár)
Umsóknarfreist: Grundskeið til skipsatstøðara
Umsóknarfreist: Klædnaatstøðingur
Umsóknarfreist: HD 2. partur (upptøka annaðhvørt ár)
Jobmatch í Norðurlandahúsinum
APRÍL
Umsóknarfreist: Diplom í leiðslu (upptøka annaðhvørt ár)
Umsóknarfreist: Gymnasialt miðnám Umsóknarfreist: FHS yrkisnám Umsóknarfreist: Tekniskt yrkisnám Umsóknarfreist: Dugni skúli Umsóknarfreist: Heilsuhjálpari Umsóknarfreist: Tilvirkisatstøðingur
Freist at søkja Betri legat
Umsóknarfreist: Bachelor á Setrinum (kvota 2) Umsóknarfreist til starvslestur um heystið á føroysku sendistovunum og aðalráðunum í Føroyum
MAI
Umsóknarfreist: FHS fjarlestur
UMSÓKNARFREISTIR TIL STUÐUL
Umsóknarfreist: Marknaðarførslubúskapur
VANLIGUR LESTRARSTUÐUL 31. desembur hjá teimum, ið byrja um heystið
AUGUST
30. juni hjá teimum, ið byrja um várið
Aðalfundur hjá MFS (Ráðið)
Umsóknarfreist: Grundskeið til skipsatstøðara
MINST TIL:
SEPTEMBUR JUNI
Umsóknarfreist: Fólkaháskúli
Umsóknarfreist: Maskinistur
Føroyanevndin hjá MFS hevur aðalfund
Umsóknarfreist: Maskinmeistari Markleys útbúgving
– Skúla kort. Føroysk lesandi kunnu fáa skúlakoyrt umframt 20 % avsláttur, um ein kann framvísa galdandi prógv um at vera lesandi. – Ó-kort. Tað er møguligt at fáa al skyns avsláttur við at bíleggja eitt Ó-kort. – Hetta er ókeypis.
Umsóknarfreist: Skipari (Tórshavn)
84
Umsóknarfreist: Skipsførari
OKTOBUR
Freist at søkja Betri legat
Umsóknarfreist til starvslestur um várið á føroysku sendistovunum og aðalráðunum í Føroyum
Hetta yvirlitið er einans upplýsandi, og MFS frátekur sær tí alla ábyrgd, um tú missir eina freist. Hetta yvirlitið er einans gjørt fyri at upplýsa teg um, hvørjir møgu leikar eru, og hvat er gott at minnast til.
RÁGEVINGIN FØROYSK SOSIALRÁÐGEVING Í DANMARK TAÐ ER NÓGV AT HUGSA UM Í SAMBAND VIÐ AT FLYTA NIÐUR, FÁA SKIL UPP Á ØLL SÍNI VIÐURSKIFITI ELLA VITA HVUSSU EIN BER SEG AT, UM UMSTØÐURNAR BRÁDLIGA FLØKJAST.
R
áðgevingin í Keypmannahavn kennir føroysk-donsku viðurskift ini væl, og kann vegleiða og veita tær ráð og vegleiðing í sosialum, persón ligum og lestrarligum spurningum. Royndu sosialráðgevarnir, ið húsast á 1. hædd í Føroyahúsinum í Keypmanna havn, kunnu virka sum sambindingarliður millum teg, myndugleikar og stovnar í Danmark og Føroyum. Vit kunnu hjálpa við upplýsingum um reglur og lóggávu, hjálpa við at samskipa og raðfesta, vísa á møguleikar, myndug leikar, stovnar og serfrøðingar. Tænastan á Ráðgevingini er ókeypis, og tú kanst venda tær anonymt til okk ara. Vit arbeiða undir tagnarskyldu og ongin skráseting fer fram.
RÁÐGEVINGIN FYRI FØROYINGAR Í DANMARK Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. + 45 33 23 99 80 Fax + 45 33 23 92 34 radgevingin@radgevingin.dk www.radgevingin.dk
VIT KUNNU TIL DØMIS VEGLEIÐA UM: ›› Flyting og persónsnummar. ›› Sjúkratrygging. ›› Bústaðarviðurskifti. ›› Boligsikring. ›› Hernaðarskyldu. ›› SU. ›› Eyka SU til stakar uppihaldarar. ›› Ferðaískoyti. ›› Børnetilskud, Børne- og ungeydelse. ›› Skatt. ›› Føroyafrádráttur (serligur skattafrádráttur til lesandi) ›› Varðveitan av skattskyldu í Føroyum. Vitja eisini heimasíðu okkara á: www.radgevingin.dk Finnið okkum eisini á Facebook, har vit halda tykkum kunnaði um viðkomandi upplýsingar, tiltøk og freistir.
UPPLATINGARTÍÐIR: Mánadag 11.30 – 15.30 Týsdag 11.30 – 15.30 Mikudag 14.00 – 18.00 Hósdag 11.30 – 15.30 Fríggjadag stongt
85
Stuðulsmøguleikar og stuðuls upphæddir frá Studna Studningur til livikostnað Endalán • miðnám: kr. 1.838 ella kr. 3.815 um mánaðin • kr. 6.234 ella 6.734 um mánaðir í eitt ár • hægri útbúgvingar: kr. 4.315 um mánaðin • styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar: kr. 4.315 um mánaðin Gjaldsskúlastudningur • í mesta lagi kr. 80.000 um árið Lán til livikostnað • í mesta lagi kr. 2.419 um mánaðin Gjaldsskúlalán • í mesta lagi kr. 80.000 um árið Ferðastudningur innanoyggja • ókeypis ferðaseðil við bussi aftur og fram í skúla hvønn dag Ferðastudningur uttanlands • til Danmarkar kr. 2.400 Bókastudningur • aðrastaðni í Europa kr. 4.000 • kr. 3.642 um árið • aðrastaðni í heiminum kr. 5.000 • harafturat fæst ferðastudningur Vistarhaldsstudningur fyri børn • kr. 2.544 um mánaðin Verkætlanarstudningur Barnastudningur • í mesta lagi ferðastudningsupphæddin • kr. 1.000 um mðr. pr. barn Stuðul til málslig fyrireikingarskeið Barnsburðarfarloyvisstudningur • hoyr nærri • kr. 3.815 ella kr. 4.315 um mánaðin Ískoytisstudningur til einsamallar uppihaldarar • kr. 1.532 um mánaðin
www.studni.fo
Studni Hoydalsvegur 1 Postrúm 1345 FO-110 Tórshavn
tlf. 20 40 60 fax 20 40 61 studni@studni.fo www.studni.fo
Betri Legat
BETRI LEGAT ER EITT LEGAT FYRI UNG FØROYSK LESANDI, IÐ ERU FARIN UNDIR EINA HÆGRI BÓKLIGA ÚTBÚGVING ELLA YRKISÚTBÚGVING. LEGATIÐ ER UPPÁ KR. 15.000 OG VERÐUR LATIÐ UPP TIL TVEIMUM UMSØKJARUM, TVÆR FERÐIR ÁRLIGA.
L
egatið er ætlað sum stuðul til uttanlandsuppihald í beinleið is sambandi við útbúgvingina. Tað kann t.d. vera ein lestrarhálva ella ein starvsvenjing. Legatið er bæði fyri føroysk lesandi í Føroyum og føroysk lesandi uttanlands. Lestraruppihaldið skal tó vera í einum øðrum landi enn útbúgvingarstovnurin, tvs. at ert tú t.d. í læru í Føroyum og ætlar tær til Italia at fáa íblástur til útbúgvingina, kanst tú søkja um Betri legat. Ella tú eitt nú lesur í Danmark og kundi hugsað tær at tikið ein part av útbúgvingini í Føroyum ella Japan, so kanst tú søkja um Betri legat.
við spurningum, og viðhefta umsókn, fíggjarætlan og onnur viðkomandi skjøl. Umsóknin skal m.a. innihalda frágreið ing um ætlaða uttanlandsuppihaldið (hvat, hvar og hví?). Gott um tú leggur dent á, hvat tú ætlar at fáa burturúr og hvussu uppihaldið kann styrkja um tínar førleikar. Í viðheftu fíggjarætlan skrivar tú vænt aðar inntøkur og útreiðslur í sambandi við uppihaldið. Metingin kann innihalda útreiðslur so sum ferðaseðlar, mat, gist ing, luttøkugjøld, koppseting, tilfar vm. Á betri.fo/legat finnur tú eisini bloggar frá lesandi, ið hava móttikið Betri legatið
SØK ONLINE Tú søkir um legatið á heimasíðuni betri.fo/ legat. Tá tú søkir, skal tú fylla út oyðiblað
87
LESTRAR HJÁLP
SKIFTIS LESTUR NORDPLUS
S Navn: Holger Arnbjerg Lestrarvegleiðari Altjóða Skrivstovan www.setur.fo/ask Teldupostur: ask@setur.fo
88
um lesandi í Føroyum hevur tú góðar møguleikar at taka eitt skifti – vanliga ½ ár – í einum øðrum norðurlendskum ella baltiskum landi. Ætlanin við Nordplus-skipanunum er at styrkja norðurlendska-baltiska felagsskapin og samleikan við støði í søguligu, mentanarligu, demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum. Skipanirnar eru ætlaðar til undirvísing á øllum stigum. Endamálið við Nordplus Videregående er at styrkja flytføri og samstarv millum hægru lærustovnarnar hjá luttakandi londunum. Grønland, Áland og Føroyar luttaka á jøvnum føti við teimum fimm norður lendsku og trimum baltisku londunum, sum eru við í Nordplus-skipanini. Tá tú fert avstað við Nordplus-skipanini, fært tú eitt ókeypis lestrarpláss og harafturat stuðul til ferð og uppihald. Lestraruppihald í Norðurlondum fara oftast ígjøgnum Nordplus-skipanina, sum er sett saman av fakligum netverkum. Um títt fak ikki hevur eitt netverk í Nordplus, kanst tú søkja um at fara ígjøgnum „Det tværfaglige netværk, Nordlys“. Spyr á www.setur.fo/ask ask@setur.fo Altjóða Skrivstovan.
MANNAGONGDIN KANN VERA HENDAN: Tú finnur eitt útbúgvingarstað og kannar møguleikarnar fyri at søkja inn til tað, sum tú kundi hugsað tær. Tað, sum tú søkir inn til, skal vera góðkent framm anundan av tínum lestrarstaði, soleiðis at tín lestrartíð ikki verður longd, og títt útlendska lestraruppihald verður partur av tínum lestri. Les meira um Nordplusskipanirnar her: www.nordplusonline.org
ERASMUS – FYRI LESANDI Í ES- OG EBS-LONDUM Skiftislestur í einum øðrum evropeiskum landi? Hevur tú hug at taka ein part av tí útbúgving, ið tú ert farin í holt við, í einum øðrum landi í Evropa, so er vert at umhugsa Erasmus-skipanina. Erasmus-skipanin er partur av „Lívs long Læring“, ella „Lifelong Learning Programme“ (LLP), ið er ein útbúgving arskipan hjá ES. Við hesi skipan hevur Evropa Kommissiónin megnað at savna øll síni fjølbroyttu átøk innan útbúgving og upplæring í eina samlaða heild við heitinum: „The Lifelong Learning Programme“. Serskráin Erasmus er flaggskipið hjá ES innan hægri útbúgving. Skipanin eggjar lesandi og starvsfólkum á hægri lærustovnum at taka part av útbúgving
síni ella at arbeiða á universiteti í øðrum ES-landi í eitt tíðarskeið. Talan kann m.a. vera um lesnað sum skiftisnæmingur, málskeið, intensiv skeið, fyrireikandi fundir, verkætlanarsamstarv og umbýti av lærarum og øðrum starvsfólki. Við Erasmus ber til dømis til at koma á eitt ókeypis lestraruppihald á útlendsk um lærustovni í 3–12 mánaðir og at søkja námsstyrk á umleið 200 evrur til eykaútreiðslur um mánaðin. Treytin er, at lesturin á útlendska lærustovninum er partur av út búgving tíni á tí stovni, har tú ert innskrivað/ur, og at hesin lestur er góðkendur av fakulteti tínum frammanundan. Erasmus-avtalur millum ymisk universitet í Evropa eru vanliga tengdar at ávísum lærugreinaøkj um, so tí kunnu smávegis frávik vera frá lærugrein til lærugrein. Á onkrum fakulteti ber til at søkja um eitt Erasmus skiftisuppihald eftir einum ári, men í flestu førum skal ein hava lisið í minsta lagi tvey ár – og ofta longri enn tað – áðrenn ein kann fara í holt við skiftislesnað við hesi skipan. Skipanin er bert galdandi í ES-londum
og londum, sum eru við í EBS-samstarv inum (EBS stendur fyri Evropiskt Bú skaparligt Samstarv). Um tú ert áhugað/ ur í hesi skipan og ert lesandi á einum universiteti, ið er við í Erasmus-samstarv inum, so skalt tú seta teg í samband við Altjóða Skrivstovuna. Tey hava fastar mannagongdir við umsóknum o.ø hes um viðvíkjandi og drúgvar royndir við
KUNNU LESAND I Á SETRINUMÐ FARA ÚT Í HEIM VIÐ ERASMUS? Nei, ikki við Erasmus, men lesandi í Føroy um hava aðrar og góðar møguleikar at fara út í heim sum skiftislesandi. Vegna verandi støðu Føroya viðvíkjandi ES ber ikki til hjá lesandi á Fróðskaparsetri Før oya at søkja stuðul umvegis Erasmusskipanina, men um tú ert lesandi í Danmark, Bretlandi ella øðrum ES- og EBS-landi, so ber til hjá tær at gagnnýta hesa skipan. Tó skal undirstrikast, at um lesandi á Fróð skaparsetri Føroya t.d. ynskja at taka eina lestrarhálvu (ella eina hálva lestrarhálvu) í einum øðrum landi á sama hátt sum ein Erasmuslesandi – t.e. sum ein góðskrivaðan part av tí útbúgving, ið tú ert innskrivað/ ur á í Føroyum – so er hetta avgjørt ein møguleiki, ið er verdur at hava í huga og gagnnýta. Tosið við deild tykkara um hesar møguleikar, ella setið tykkum í samband við Altjóða Skrivstovuna. Søkjast kann um stuðul frá Studna til hetta endamál. Nærri upplýsing ar um stuðul til skiftislestur fært tú á www.studni.fo.
Við Erasmus ber til dømis til at koma á eitt ókeypis lestrar uppihald á útlendskum lærustovni í 3–12 mánaðir og at søkja námsstyrk á umleið 200 evrur til eykaútreiðslur um mánaðin vegleiðing á økinum. Les meira um møguleikar, upptøkukrøv, luttakaralond, praktisk viðurskifti, royndir hjá øðrum, umsóknarfreist o.a. á: http://ec.europa. e u / e d u ca t i o n / l i fe l o n g - l e a r n i n g programme/erasmusen.htm
89
LESTRAR HJÁLP
FØROYAFRÁDRÁTTUR HVAT ER FØROYAFRÁDRÁTTUR?
F
øroyafrádráttur (gæstes tuder endefradrag) er ein serligur skatta frádráttur, ið kann játtast føroysk um lesandi í Danmark, um ávísar treytir eru loknar. Frádrátturin er heimilaður í norður lendsku skattaavtaluni artikul 20 og til hoyrandi protokoll. Lóg nr. 190 frá 12/03/1997 Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsover enskomst mellem de nordiske lande.
TREYTIR Høvuðstreytirnar fyri at fáa Føroyafrá drátt eru hesar: ›› At tú vart búsitandi í Føroyum, áðrenn flytingina til Danmark ›› At uppihaldið í Danmark er fyribils í lestrarørindum ›› At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetansugevandi) frammanundan ›› At tú ikki hevur uppihildið teg í Danmark í meira enn 6 mánaðir, áðrenn lesturin byrjaði.
ERU UNDANTØK? Undantøk eru frá treytini um, at tú ikki mást hava eina førleikagevandi útbúgv ing frammanundan. Serliga har talan er um eina saman hangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru førleikagevandi. Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um undantøkini.
HVUSSU STÓRUR ER FØROYAFRÁDRÁTTURIN? Føroyfrádrátturin er býttur í tveir partar, har føroyafrádrátturin er 45.000 kr. og ein Ríkisfelagsskapsfrádrátt á 36.000 kr..
90
Um tú bert ert undir útbúgving ein part av árinum verður frádrátturin lutfals liga minni. Tað verður trekt 8 prosent í AMB (Arbejdsmarkedsbidrag) av allari arbeiðsinntøkuni, men tað verður roknað sum ein goldin skattur í endaligu upp gerðini. Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt og aðrar frádráttir.
HVUSSU FÁI EG FØROYAFRÁDRÁTT Tú skalt venda tær til SKAT og søkja um frádráttin. Tú skalt útfylla eitt umsókn arblað og senda tað til SKAT við teldu posti. Tú skalt eisini viðhefta skjalprógv fyri, at tú ert undir útbúgving, so sum lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv. Tú sendir teldupost til SKAT við at logga á skat.dk við NemId. Nærri leið beining um hvussu tú søkir og leinkja til umsóknarblað finnur tú á heimasíðuni hjá Ráðgevingini – radgevingin.dk. Um tú fært noktað føroyafrádrátt Um skattamyndugleikarnir nokta tær Føroyafrádrátt, hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving. Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita, um grundgevingin fyri noktan er røtt.
KANN FØROYAFRÁDRÁTTUR BRÚKAST TIL SU? Nei, Føroyafrádráttur kann bert brúkast til arbeiðsinntøku. Tú kemur sostatt til at gjalda vanligan skatt av SU. Tað kann tó koma fyri hjá summum, at skattur fer av arbeiðsinn tøkuni og eingin skattur fer av SU. Tað týdningarmiklasta er, at Skat fær tann rætta skattin inn, óansæð um skatturin verður trektur av SU ella av arbeiðsinn tøkuni. Vend tær til Ráðgevingina og fá nærri at vita.
Sambært dupultskattaavtaluni kann Føroyafrádráttur bert brúkast til inntøkur, sum koma undir heitið: „Vederlag for tjenesteydelser“.
SJÁLVUPPGÁVA OG FØROYAFRÁDRÁTTUR Sjálvt um tú hevur fingið Føroyafrádrátt á forskudsopgørelsen, skalt tú minn ast til at skriva Føroyafrádráttin á sjálv uppgávuna. Annars fært tú ikki føroya frádráttin við í ársuppgerðina, og úrslitið verður ein skattarokning í staðin fyri. Tað gongur sostatt ikki automatiskt. Nærri leiðbeining finnur tú á heimasíðuni hjá Ráðgevingini.
GILDISTÍÐ FYRI FØROYAFRÁDRÁTT – HVUSSU LEINGI? Tú hevur rætt til Føroyafrádrátt, so leingi tú lesur, lýkur treytirnar og lestrartíðin heldur seg innan fyri ásettu lestrartíð + 2 ár.
UM TU IKKI FERT HEIMAFTUR Høvuðstreytin fyri at fáa Føroyafrádrátt er, at tú ert í Danmark fyribils í lestrar ørindum. Tað merkir, at frá tí degi, tú gert av ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til Føroyafrádrátt longur. Um tú gevst ella ert liðug/-ur at lesa, og avgerð at blíva í Danmark, er ikki lóg arheimild til at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, so vend tær til Ráðgevingina. Minst til ikki at nýta skattakort við Før oyafrádrátti aftaná loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort.
FORELDUR OG LESANDI
VEITINGAR TIL UPPIHALDARAR Í
Føroyum
STUDNINGUR FRÁ STUDNA (HÆGRI LESTUR) kr. 4.315,- pr. mðr. skattafrítt LÁN FRÁ STUDNA kr. 2.419,- pr. mðr. BARNASTUDNINGUR FRÁ STUDNA kr. 1.000,- pr. mðr pr. barn BARNAFRÁDRÁTTUR Í SKATTINUM Ymiskt frá kommunu til kommunu, t.d. 5.500,í Klaksvík og kr 8.000,- í Tórshavn. Hetta er pr. barn um árið. Í LANDSSKATTINUM ER BARNAFRÁDRÁTTURIN kr. 9.200,- fyri børn millum 0-6 ár og kr. 6.500,fyri børn 7-17 ár.
VEITINGAR TIL UPPIHALDARAR Í
Danmark SU kr. 6.015,- skattskyldugt
„SU-FORSØRGERTILLÆG“ UM TÚ BÝRT SAMAN VIÐ EINUM SU-MÓTTAKARA 2.403,- pr. mðr. „BØRNE OG UNGEYDELSE“ ÚTGOLDIÐ FRÁ UDBETALING DANMARK 0 – 2 ár: 4.491 kr. pr barn/ársfj. 3 – 6 ár: 3.555 kr. pr. barn/ársfj. 7 – 14 ár: 2.796 kr. pr. barn/ársfj. 15 – 17 ár: 932 kr. pr. barn/mðr.
Veitingar afturat til stakar uppihaldarar
Afturat hesum eru veitingar fyri stakar uppihaldarar
„FORSØRGERTILLÆG“ FRÁ SU kr. 6.015,- pr. mðr.
STUDNINGUR FRÁ STUDNA TIL EINSAMALLAR UPPIHALDARAR kr. 1.538,- pr mðr. bara eina ferð óansæð tal av børnum.
„ORDINÆRT BØRNETILSKUD“ – UDBETALING DANMARK kr. 1.385,- pr. barn/ársfj.
SERLIGT BARNAÍSKOYTI ÚTGOLDIÐ AV ALMANNAVERKINUM kr. 2.500,- pr. barn pr. ársfj. BARNAGJALD, SUM PÁPIN SKAL RINDA kr. 1.083,- pr.barn/mðr.
„EKSTRA BØRNETILSKUD“ kr. 1.412,- pr. ársfj. bara einaferð „BØRNEBIDRAG FRÁ BARNAPÁPANUM“ kr. 1.333,- pr. barn/mðr.
Møguleiki er eisini at søkja um „Særligt børnetilskud til uddannelsessøgende forældre“. ÍSKOYTIÐ VERÐUR ROKNAÐ EFTIR INNTØKU OG ER Í MESTA LAGI kr. 7.276 árliga. Kr. 1.819,- pr. ársfj. NB! Kann ikki veitast um tað verður útgoldið „forsørgertillæg“ frá SU. Harafturat kemur møguleikin at søkja um „boligstøtte“. Upphæddin verður roknað eftir stødd á íbúð, tal á íbúgvum, inntøku og tal á børnum.
91
LESTRAR HJÁLP
FORELDUR OG LESANDI
KUNNU FAMILJULÍV OG LESTUR
blóma í sama garði? HVØRJAR BLÓMUR BLÓMA BEST Í SAMA GARÐI ER ILT HJÁ EINUM MENTAMÁLARÁÐHARRA AT SIGA, MEN FAMILJULÍV OG LESTUR ERU TVÆR BLÓMUR, IÐ HEILT VÍST KUNNA BLÓMA SAMAN, UM ORKA VERÐUR LØGD Í.
Navn: Helena Fríða Jørmundsson Lestrarland: Danmark Útbúgving: Virkusbúðskap á Roskildi Universitet
R
igmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og Arnbjørn Ó. Dalsgarð, stjóri á Býarbókasavn inum í Havn, vóru bert 18 ára gomul, tá ið tey fingu sonin Berg, sum nú er 26 ára gamal. Síðan hava tey fingið tvey onnur børn, sum eru 17 og 19 ára gomul í dag. „Tað var ongin dansur á rósum at flyta niður blaðung við einum pinkubarni, men tað gekk – tí tað skuldi ganga.“ Og í dag vildu tey ikki verið lestrartíðina sum smábarnaforeldur fyriuttan.
UNGUR KÆRLEIKI BLÓMAR ENN Tey gjørdust par sum 14 ára gomul og gingu tá í flokki saman á Venjingarskúl anum í Havn. Fyrstu tannárinagaárini var parlagið ikki so støðugt, og bleiv tað liðugt í heilum, men tá ið Rigmor gjørdist við barn sum 17 ára gomul, valdu tey at halda saman, tí nú fingu tey eisini ábyrgd fyri einum øðrum menniskja. Tey gingu bæði á Hoydølum, tá ið tey gjørdust foreldur at Bergi og fluttu tá í egna íbúð. Um hesa tíð bleiv Arnbjørn liðugur við student og fór at arbeiða í
92
barnagarði, meðan Rigmor gjørdi seg lidna við HF. „Hetta var sjálvandi ein strævin tíð, at gerast foreldur so ung, og at skula halda hús og fáa alt at ganga upp við skúla og arbeiði. Bergur fór í vøggustovu longu 3 mánaðir gamal, tá skúlin byrjaði aftur, men soleiðis mátti tað bara vera.“, fortelur Rigmor.
Men lestrarlívið hjá Rigmor og Arnbjørn var merkt av upp og niðurtúrum. Familjulívið tók eina bratta vending, tá Bergur gjørdist sjúkur og javnan varð innlagdur á sjúkrahúsi LESTUR, FAMILJA OG FRÍTÍÐARVIRKSEMI – EIN BLANDING, IÐ FESTI RØTUR Síðan fluttu tey niður á Oyrasund og shoppaðu eitt sindur runt útbúgvingar liga. Rigmor byrjaði at lesa samfelags frøði á Roskilde Universitet og Arnbjørn biokemi á Københavns Universitet. Bæði skiftu útbúgving til ávíkavist lærara og bókavørð, meðan tey vóru partur av liv andi útisetaumhvørvinum í Keypmanna havn. „Vit høvdu hópin av vinfólki, vóru virkin í Føroyahúsinum og stjórnaðu úti
setablaðnum „Oyggjaskeggið“ nærum øll árini, vit vóru niðri, frá 1992-98.“ Men lestrarlívið hjá Rigmor og Arn bjørn var merkt av upp- og niðurtúrum. Familjulívið tók eina bratta vending, tá Bergur gjørdist sjúkur og javnan varð innlagdur á sjúkrahúsi. „Bergur var nógv sjúkur sum barn, hann fekk sterkan heilivág og var í við gerð á sjúkrahúsi. Hann mátti tí vera heima í longri tíðarskeið. Tá var tað ein fyrimunur, at vit vóru lesandi, tí vit kundu leggja gerandisdagin fríari til rættis, enn um vit vóru á arbeiðsmarknaðinum. Eitt nú var eg í farloyvi frá lesnaðinum, tá ið illa stóð til“, greiðir Rigmor frá. Hóast tey vóru pressað við lesnaði og lestrarlívi, var tíðin saman við soni teirra raðfest. „Vit gingu høgt uppí, at morgn arnir vóru róligir, so hann ikki skuldi skrykkjast upp úr songini og avstað á dagstovn – so hann møtti ongantíð fyrr enn um millum 9 og 9.30 í barnagarð inum“, leggur Arnbjørn afturat. Peningaliga vóru tey konstant á reyvini, men tað gekk, tí tað skuldi ganga. Um
hetta mundið fingu øll lesandi somu stuðulsupphædd. Arnbjørn og Rigmor koma ikki frá múgvandi familjum og vistu, at fíggjarligu viðurskiftini máttu tey sjálv klára. Tey tóku sær lestrarlán og høvdu lestrarstarv fyri at fáa endanar at røkka. Tá ið húsaleigan og annað var goldið, vóru bert einar 1500 kr. eftir hjá familjuni at liva fyri. Hóast peningurin til livikostnað var lítil, kendu tey seg ongantíð fátøk. Innbúgv, klæðir og barnaútgerð varð ofta keypt í endurnýtsluhandlum, barna kekkurin kom triðja hvønn mánaða, og tey ferðaðust aftur og fram við súkklu. Heimanífrá fingu tey eisini mat sendandi viðhvørt. Ommurnar og abbarnir vóru heima í Føroyum, og sóust tey øll bert í summ arferiu m og onkuntíð í jólaferium. Sambandið heim var avmarkað, tele fon høvdu tey onga, men kollegiið hevði eina mynttelefon. „Vit vóru tætt knýtt at hinum barnafamiljunum á Oyrasundi, har vit stuðlaðu hvørjum øðrum á ymsan hátt, t.d. at vera barnagenta, um onkur skuldi í býin o.l.“, minnist Arnbjørn.
93
LESTRAR HJÁLP
Vit upplivdu nógv saman við vinfólk unum, herligar løtur í Fælledparkini til 1. mai dagshald, til konsertir, veitsl ur og tiltøk úti í býnum
NÓGVAR GÓÐAR UPPLIVINGAR Í KEYPMANNAHAVN „Sum heild var hetta ein góð, stuttlig og lærurík tíð, har vit lærdu nógv fólk at kenna. Vit upplivdu nógv saman við vin fólkunum, herligar løtur í Fælledparkini til 1. mai dagshald, til konsertir, veitslur og tiltøk úti í býnum. Lestrarlívið var sjálv andi ávirkað av, at vit kundu ikki altíð luttaka í øllum tí sosiala á skúlanum, men tað fingu vit so aftur í livandi úti setaumhvørvinum millum onnur føroysk foreldur – fyrstu árini á Oyrasundi og síðan á Sólbakkanum, har vit búðu tey síðstu árini, áðrenn vit fluttu heim aftur til Føroya“, fortelur Rigmor.
94
Blómandi familju og arbeiðslív í Før oyum Síðan tey fluttu heim, hava tey fingið tvey børn afturat. Rigmor arbeiddi fyrst nøkur ár í Eysturskúlanum, síðan á Sosial inum í nøkur ár. Hon var so vald á ting fyrstu ferð í 2011 fyri Javnaðarflokkin – og so aftur í 2015, tá ið hon gjørdist lands stýriskvinna í mentamálum, har hon var ar av mentan, gransking og útbúgving og umsitur oman fyri 1 milliard kr. av fíggjarlóg landsins. Arnbjørn arbeiddi í fleiri ár á Landsbókasavninum, var niðri eitt skifti og tók ein kandidat í filosofi, og fekk síðan starv sum býarbókavørður í Havn.
„Samanumtikið kunnu vit bara við mæla fólki at fáa børnini í lestrartíðini. Bergur hevur ung foreldur, sum hann mentalt er javngamal við í dag, og vit koma at eiga hvønn annan í nógv, nógv ár, um væl veit við. Mann orkar betur sum ungur og er ikki so stúrin fyri øllum. Tað kemur, sum tað kemur – og tað gongur altíð, hóast tað kann tykjast trupult við hvørt.“ „Tað er ein løgin máti, vit hava inn rættað okkum uppá sum samfelag. Vit liva kanska í 90 ár, men kortini skal ALT henda, tá mann er í tretivunum. Tá skal mann gera seg lidnan at lesa, man hevur drønfrá karrieru, skal finna rætta makan, mann setir seg í stóra peningaskuld og skal so eisini hava nøkur børn í pott in! Veruleikin er, at hesi tingini hanga slettis ikki saman, menniskjuni halda ikki til tað, fólk gerast strongd og iPadbarndómurin gerst ein veruleiki“, sigur Arnbjørn. Tí hevði tað verið nógv betri fyri familj urnar, bæði børn og foreldur, um tey fingu hvønn annan, tá foreldrini vóru fyrst í tjúgunum, so børnini vóru komin væl á veg, tá ið karrierulívið setti inn, tí tá kanst tú slett ikki í sama mun laga gerandisdagin til tørvin hjá børnunum. Herheima eru vit framvegis ikki gearað til ungar lesandi barnafamiljur, tí her mangla lestraríbúðir í ovurmát, hetta er eitt øki, sum í løtuni verður styrkt, eins og lestrarstuðulin skjótt verður kappingar førur við tann danska. Og so eru aðrar skipanir, sum skulu til herheima eisini, fyri at tað skal gerast meira lokkandi hjá ungum barnafamiljum at lesa í Føroy um.“, sigur Rigmor.
FORELDUR OG LESANDI
GÓÐ RÁÐ
FRÁ ØÐRUM LESANDI FORELDRUM Planlegg vikuna í døgurðum, soleiðis at tú bert nýtir ein dag upp á innkeyp.
Ger stórar døgurðar, soleiðis at tit eta upphitað dagin eftir, og tíð verður spard upp á matgerð.
Til einstaklingaroyndir ella tá ið mann ikki skal gera bólkaarbeiði ella í skúla, ber tað til at býta um upp á dag og nátt. Upp tá barnið skal heintast, í song aftur tá ið tað er avleverað. Tá barnið er farið í song um kvøldið, er góð tíð til skúlating, royndir og lesa. Raðfest hvat tú nýtir tína frítið til.
Nýt títt netverk til barnaansing tá ið tú/ tit eru pressað. Tað eru ikki bert ommur og abbar, ið kunnu ansa eftir tykkara barni. Brúkið eisini vinfólk.
Endurnýtsla! Nógv barnaklæðir, barnaútgerð, skúlabøkur og nógv annað kan keypast brúkt. Og so er tað eisini gott fyri umhvørvið.
Havið sama struktur í gerandisdegnum hjá barninum. Hetta lættir um tína/ tykkara rollu sum foreldur.
Havi tó hug at leggja afturat, at eg haldi, at tað er fantastiskt at fáa sær børn undir lesnaði, tí eg føli, at eg havi ordiliga góða tíð til dóttrina og kann uttan ringa samvitsku vera heima hjá henni, um hon er sjúk ella treingir til ein frídag. Tað snýr seg um at vera struktureraður, og tað fíggjarliga røkkur ikki langt, men við góðum maka og baklandi kemur mann langt. – Jóna Baldvinsdóttir Eidesgaard, Sjúkrarøktrarfrøðilesandi, 23 ár, búðsitandi í Tórshavn
95
LESTRAR HJÁLP
Ph.d. ER KRAV
FYRI AT FARA GRANSKARA VEGIN
ÆTLAR TÚ TÆR AT VERÐA GRANSKARI, SO MÁST TÚ Í GONGD VIÐ PH.D.-ÚTBÚGVING, TÁ TÚ HEVUR LOKIÐ KANDIDATÚTBÚGVING, ANNAÐHVØRT BEINANVEGIN ELLA NOKK SO SKJÓTT AFTANÁ. FLESTU GRANSKARASTØRV Í DAG KREVJA LOKNA PH.D. Navn: Annika Sølvará Útbúgving: Cand. mag. í enskum og søgu Starv: Stjóri í Granskingar ráðnum
E
in ph.d.-útbúgving er ein skipað granskaraútbúgving, sett sam an av gransking, luttøku á ráð stevnum, skeiðum, undirvísing v.m. Mest vanliga longdin er 3 ár, tá er talan um eina samanseting av bachelor, master og ph.d, tvs. 3+2+3 ára útbúgving. Aðrir møguleikar eru 4+4 og 3+5, har master og ph.d. parturin eru samantvinnaðir. Uttan mun til samanseting, so er greitt, at fyri at sleppa í gongd við eina ph.d. útbúgving eru fleiri viðurskifti, sum tú mást fáa at hanga saman.
HUGKOTIÐ ER TAÐ BERANDI Í PH.D.-VERKÆTLANINI Allarfyrsta treytin fyri at fara undir eina ph.d.-verkætlan er, at tú hevur eitt gott hugskot til evni at granska. Ofta fara fólk víðari við arbeiði, sum er gjørt í sambandi við høvuðsuppgávuna, men ikki altíð. Ein neyv lýsing av ætlaðu verkætlanini
96
má gerast. Hetta verður vanliga gjørt í samráði við komandi vegleiðaran ella vegleiðararnar á universitetinum og/ella stovninum ella fyritøkuni, sum tú hugs ar at samstarva við. Tú hevur ikki sama krav at sleppa í gongd við ph.d. sum við bachelor og master, so tað er neyðugt at søkja individuelt um at verða innskrivað/ ur á einum universiteti.
PENGAR MUGU EISINI TIL Ein tungur partur er at fáa fíggingina til vega, sum skal rinda fyri løn, rakstrar útreiðslur og gjøld til universitetið. Í summum førum bjóða universitetini ella aðrir granskingarstovnar ph.d.starv við øllum útreiðslum íroknaðum, men hetta er meira sjálvdan. Tann, sum skal undir ph.d.-lestur, noyðist oftast at søkja stuðul til verkætlanina, eitt nú frá Granskingargrunninum, øðrum gransk ingarráðum og/ella fyritøkum. Ein slík til
Á gransking.fo ber til at lesa ymisk góð ráð um, hvat krevst fyri at kunna fáa fíggjarligan stuðul til eina ph.d.-verkætlan. Til ber eisini at skriva til Granskingarráðið á gransking@gransking.fo. Árliga umsóknarfreistin er um hálvan februar. Í Heilagrunninum á gransking.fo eru savnaði fleiri enn 350 fólk, sum eru granskarar, granskaralesandi ella fólk , sum hava arbeitt við gransking áður. Ein Facebook-bólkur er eisini, sum kallast Føroysk ph.d.lesandi.
Vit vita, at tað eru fleir enn 50 føroying ar, sum eru í gongd við ph.d.-útbúgving í løtuni, ein lítil helvt av hesum arbeiðir í Føroyum, fleiri eru tó innskrivað við útlendsk universitet gongd kann taka langa tíð, fleiri mánaðir, onkuntíð upp til eitt ár.
TALIÐ AV PH.D.-ARUM ØKIST SKJÓTT Í 2016 vóru tað í minsta lagi 15 føroy ingar, sum vardu eina ph.d.-ritgerð. Av hesum verkætlanunum fingu 3 stuðul úr Granskingargrunninum.
Ein av teimum, sum disputeraði í 2016, er Heini Winthereig Rasmussen, sum skrivaði ritgerð um, hvussu rákið broytist, meðan tað ferðast ígjøgnum útgerð á aliøkinum. Hann gjørdi arbeiðið á Fiskaaling og á Fróðskaparsetrinum. Ein onnur er Annika Helgadóttir Davidsen, sum skrivaði ritgerð í sálarfrøði um við gerð av etingarólagi. Ein triði er David Arge Klevang Pedersen, sum skrivaði rit
gerð á DTU Space um at menna nýggjar hættir at málrætta navigering í rúmdini og á Mars við hjálp av kamera tøkni nýtt umborð á fylgisveinum til at navigera eftir stjørnunum. Tað hevur verið ein støðugur vøkstur í talinum av føroyingum, sum taka ph.d.útbúgving seinnu árini. Granskingarráðið roynir at skráseta øll ph.d.-lesandi í Føroyum og føroysk ph.d.lesandi uttanlands í Heilagrunninum. Endamálið er at geva møguleika hjá vinnulívi, stovnum, fjølmiðlum og øðrum at koma í samband við granskarar úti og heima. Vit vita, at tað eru fleir enn 50 føroyingar, sum eru í gongd við ph.d.-út búgving í løtuni, ein lítil helvt av hesum arbeiðir í Føroyum, fleiri eru tó innskrivað við útlendsk universitet. Hin góði helm ingurin er spjaddur ymsa staðni, serliga í Danmark og Stóra Bretlandi. Til samans hava næstan 200 føroyingar nú lokið ph.d. ella doktaraprógv.
97
Vegurin til arbeiðs lívið SJÁLVBOÐIN
/ 100
SKIFTISLESTUR
/ 102
S TA R V S L E S T U R
/ 104
L E S T R A R S TA R V
/ 106
LEINKJAN
/ 107
/ 108
J O B M AT C H
/ 110
SAMFELAGIÐ
/ 111
99
VEGURIN TIL ARBEIÐSLÍVIÐ
SJÁLVBOÐIN VIÐ TUG
– TANDSUNDHED UDEN GRÆNSER
EG EITI HERVØR HANUSARDÓTTIR DURHUUS, ERI 28 ÁRA GOMUL, HAVI VERIÐ ÚTBÚGVIN TANNLÆKNI Í HÁLVTANNAÐ ÁR. EG LAS TIL TANNLÆKNA Í KEYPMANNAHAVN FRÁ 2010 TIL 2015. NÚ BÚGVI EG Í FØROYUM OG ARBEIÐI EIN DAG UM VIKUNA Í BARNATANNARØKTINI OG EIN DAG UM VIKUNA Í TANNLÆKNASTOVUNI Í DALATÚNI. Navn: Hervør Hanusardóttir Durhuus Útbúgving: Tandlægeskolen á Københavns Universitet Starv: Arbeiðir sum tannlækni í Tórshavn
100
L
ongu fyrsta árið av lesnaðinum gjørdist eg limur í TUG, sum er ein danskur hjálparfelagsskapur, ið arbeiðir fyri at menna og hjálpa við tannheilsu í menningarlondum, har skipað tannrøkt er eitt ókent fyribrigdi. Tað kann nevnast, at á heimsstøði eru tað fleiri, ið eiga eina fartelefon, enn eina tannbust!
EITT SUMMAR Í RWANDA Eg visti beinanvegin, at eg vildi sleppa sum sjálvboðin við TUG á eina sokallaða „dentalmissión“. Sum tannlæknalesandi er gjørligt at søkja um at sleppa við TUG eftir staðið áttanda semestur, og tann røktaralesandi kunnu søkja eftir staðið fjórða semestur. Eg søkti og var so hepp in at sleppa til Rwanda á sumri 2014.
At sleppa til Rwanda var ein fantastisk uppliving – bæði persónliga og fakliga. Eg hevði ikki verið í einum menningar landi áður. At uppliva hvussu hesi fólkini livdu undir primitivum korum og við avmarkaðari atgongd til streym og vatn var sera áhugavert, nakað, sum eg bert hevði sæð í sjónvarpinum. Vit arbeiddu í einum landsparti sunn an fyri høvuðsstaðin, har meginparturin av fólkinum ikki høvdu sæð hvít fólk fyrr. Tá ið mann ferðast við hjálparfelagsskap um, ber ofta til at koma til støð, sum ein ikki hevur møguleika at fara sum ferðafólk.
Av tí at vit arbeiddu undir sera primitivum umstøðum og ikki høvdu atgongd til ein tannlækna stól, var viðgerðin bráðfeingis viðgerð Vit vóru tannlæknalesandi, tannlækn ar og tannrøktarar í ferðalagnum. Tann røktararnir stóru fyri undirvísingini av tannrøkt umframt instruktión í tann busting, ið var nakað, tey lokalu einki kendu til. Tannlæknalesandi og tannlæknarnir stóðu fyri sjálvari viðgerðini. Av tí at vit arbeiddu undir sera primitivum um støðumog ikki høvdu atgongd til ein tannlæknastól, var viðgerðin bráðfeingis viðgerð. Um ein tonn við infektión elvdi til tannapínu, mátti tonnin trekkjast. Longu eftir fyrsta arbeiðsdag hevði eg trekt fleiri tenn út, enn eg hevði gjørt undir allari lestrartíðini. So tað kann ikki sigast annað enn, at ferðin var sera mennandi og lærurík fakliga. TUG arbeiðir m.a. í Rwanda, Cambodja og India, og hava tey eisini arbeitt í øðr um londum. Eg bleiv púra bitin av at fara sum sjálvboðin við TUG eftir ferðina í Rwanda. Eg havi síðan verið í Cambodja í 2015, og í februar var eg aftur ein túr í Rwanda – tað var heldur ikki seinasta ferð.
101
VEGURIN TIL ARBEIÐSLÍVIÐ
SKIFTISLESTUR Í
Hong Kong
HEY! EG EITI KNÚD PETERSEN, ERI 27 ÁRA GAMAL OG LESI CAND.MERC.AUD (GRANNSKOÐARAKANDIDAT) Á COPENHAGEN BUSINESS SCHOOL. Á MÍNUM BACHELORSTIGI VAR EG EINA LESTRARHÁLVU SKIFTISLESANDI Í HONG KONG, FRÁ AUGUST TIL DESEMBUR Í 2015, HAR EG HEVÐI FIMM LÆRUGREINAR, SUM SVARAÐU TIL 30 ECTS-STIG. Navn: Knúd Petersen Útbúgving: Cand.merc.aud. á Copenhagen Business School Lestrarland: Danmark
102
E
g valdi at fara á skiftislestur, tí eg haldi, at mann skal royna at taka av teimum møguleikum, mann fær, og hetta var ein góður møguleiki at síggja heimin og uppliva nakað heilt øðrvísi enn tað, ein er vanur við. Orsøkin til, at eg valdi júst Hong Kong, var, at eg vildi royna at búgva í einum stórbýi og samstundis uppliva eina heilt øðrvísi mentan.
Av tí at tað er øgiliga stórur eftirspurn ingur á CBS at sleppa á skiftislestur í Hong Kong, er hørð kapping um plássini. Eg valdi tí at søkja uttan um CBS, tí hetta økti um líkindini fyri at sleppa inn á skúl an. Eg skuldi tó sjálvur rinda fyri undir vísingina á skúlanum. Sum føroyingur fær mann sera góða hjálp frá m.a. ÚSUN, har ið eg kundi fáa upp til kr. 40.000,- í studningi, og hetta rindaði so gott sum
alt undirvísingargjaldið. Ein vansi við at søkja uttan um CBS (sum eisini kallast „free-mover”) var, at eg kundi ikki búgva á skúlaheiminum, sum skúlin bjóð aði næmingunum. Hetta var tó ongin trupulleiki, tí eg fann skjótt eitt kamar á einum privatum kollegie, ið lá mitt í býnum. Kamarið var lítið, kanska á stødd við tað, vit í Føroyum høvdu kallað eitt stórt skáp, men samanhaldið var gott, og hvørt kvøld sótu vit øll á takterrassuni og hugnaðu okkum. Í Hong Kong búgva góðar 7 milliónir fólk, og býurin verður ofta kallaður „The New York of Asia“. Tað er tó ein lutfalsliga lítil býur, av tí at mest sum alt er bygt sum háhús. Byúrin er tí øgiliga tættpakkaður av fólki, og hetta kann taka eina løtu at venja seg við. Tað er sera gott metro- og busssamband, sum ger tað nemt og
Tað er sera gott metro- og busssamband, sum ger tað nemt og skjótt at ferðast í býnum, og harumframt tekur tað sjáldan meira enn ein hálvan tíma at ferðast til eina strond at sóla sær, eitt fjall at ganga ella út á eina oyggj við fergu skjótt at ferðast í býnum, og harumframt tekur tað sjáldan meira enn ein hálvan tíma at ferðast til eina strond at sóla sær, eitt fjall at ganga ella út á eina oyggj við fergu. Eisini eru góðir møguleikar at ferðast til onnur lond sum Teiland, Taiwan, Vietnam, Filipsoyggjarnar o.s.fr., av tí at býurin liggur mitt í Asia, og ferða seðlar aftur og fram eru bíligir.
Eg vil heilt sikkurt viðmæla øllum at fara á skiftislestur. Hetta var eitt sera stórt upplivilsi fyri meg, sum eg heilt sikkurt altíð fari at minnast afturá. Eg mentist nógv sum persónur og fekk vinfólk úr øllum heiminum – summi hava enntá aftaná verið og vitjað meg í Keypmanna havn.
103
VEGURIN TIL ARBEIÐSLÍVIÐ
STARVSLESTUR Í INDIA
NAKAÐ FYRI SEG Skrivað: Christian Thostrup, 22 ár
TÁ IÐ BACHELORUPPGÁVAN Á LØGFRØÐILESNAÐINUM SKULDI SKRIVAST UM VÁRIÐ Í FJØR, FEKK EG ALSAMT STØRRI TRONGD AT LEGGJA BØKURNAR TIL VIKS EINA LØTU OG ROYNA OKKURT NÝTT. EG TAKKAÐI TÍ BEINANVEGIN JA, TÁ IÐ EG FEKK BOÐIÐ LESTRARSTARV Í POLITISKU DEILDINI Á DONSKU SENDISTOVUNI Í INDIA. Í AUGUST BLEIV KAMARIÐ Á FREDERIKSBERG TÍ ÚTSKIFT VIÐ ÍBÚÐ Í NEW DELHI, SÚKKLAN VIÐ TRÝHJÓLAÐA „TUK-TUK“ OG RUGBREYÐIÐ VIÐ „TIKKA-MASALA“.
Útbúgving: Løgfrøði á Københavns Universitet Bústaður: Keypmannahavn
104
INDIA
E
ftirsum India hevur næstan 1,3 milliardir íbúgvar, 28 serstatir og 22 almenn mál verður ofta sagt, at tað heldur skal skoðast sum ein heims partur enn eitt land. India er fylt við sterkum mótsetningum, har nýmótans matstovur og gistingarhús liggja beint upp at slumminum. Gjógvin millum rík og fátæk er sostatt óvanliga stór í India. New Delhi er ein sera óskipaður stór býur, og mestsum allar gerandisligar uppgávur eru møðsamar. Lívið í býnum er eitt stríð um pláss. Frá at kroysta seg inn í tokið um morgunin til at sleppa framat í ferðsluni, har strikurnar millum koyribreytirnar eru kámaðar burtur, og luftin er fylt við bilosi. Tað verður vanliga sagt um India, at: ’Um tú ert ótolin, lærir tú at verða tolin. Og um tú ert tolin, lærir tú at verða ótolin.’ Áhaldandi virknið í bynum er tó samstundis spennandi at vera partur av og gevur einum nógvan íblástur.
GERANDISDAGURIN Á SENDISTOVUNI Arbeiðið á sendistovuni var áhugavert og fjølbroytt og gav eitt serstakt innlit í ger andisdagin á einari danskari sendistovu. Í politisku deildini á sendistovuni var ein av høvuðsuppgávum mínum at fylgja við í indiskum politikki og koma við íkasti til politiskar greiningar. Harumframt var eg við til at skriva røður, dagføra heimasíðu og sosialar miðlar, luttaka á fundum og eisini fyrireika ráðharravitjanir. Av tí at sendimenninir høvdu ógvuliga stórt álit á starvsnæmingunum, fekst tú møguleika at royna teg við torførum, margbroyttum uppgávum, og var henda tilgongd sera mennandi.
Harumframt var eg við til at skriva røður, dagføra heimasíðu og sosialar miðlar, luttaka á fundum og eisini fyrireika ráðharravitjanir
PARALLELLUR VERULEIKI Yðjandi lívið í stórbýnum New Delhi bjóðaði hópin av møguleikum at royna nýggja matgerðarlist, síggja stórfingnar minnisvarðar og tempul, uppliva øðrvísi myndlist og tónleik og ikki minst fara til veitslur á sendistovum. Harumframt var eisini møguleiki at ferðast út um býin í frítíðini saman við hinum trimum starvs næmingunum á donsku sendistovuni, og var tað sera gevandi, at vit kundu deila hesar upplivingarnar saman. Sum starvslesandi livir ein í stóran mun i einum parrallellum veruleika – bæði til arbeiðis og í frítíðini. Sendistov an er ein danskur heimur, har danskar siðvenjur og skemtingarsemi eru ráð andi, meðan ein í frítíðini gerst partur av einum altjóða umhvørvi saman við øðrum vesturlendskum ungdómum. Hetta kennist heldur løgið, eftirsum ein onkursvegna samstundis bæði livir
í og uttan fyri India. Og um tað skuldi komið fyri seg, at tú eitt stutt bil gloymir, at tú ikki ert fult innlimaður í indiska veruleikan, minna indararnir teg á, at tú skilir teg burturúr, tá ið teir gløa eftir tær í almenna rúminum ella biðja um at fáa eina selfie saman við tær.
FAR AVSTAÐ! Hálvárið í India var merkt av fleiri uppliv ingum og færri bókum, og tað er eing in ivi um, at eg mentist meira
– bæði fakligt og sosialt – av at vera í starvslestri enn at taka eitt semestur á universitetinum í Keypmannahavn. Eg kann tí einans viðmæla øðrum lesandi at eisini gera sær dælt av møguleikanum at sleppa út í heim í samband við lestur teirra. Fyri at enda við einum vannýttum orðafelli, ið hoyrir heima á Instagram: Í síðsta enda angrar tú einans tey tingini, tú ikki gjørdi. Í hesum førum er kanska okkurt um tað.
105
VEGURIN TIL ARBEIÐSLÍVIÐ
LESTRARSTARV:
AT SAMEINA LESANDI OG VINNULÍV T Navn: Jógvan Zachariasen Bústaður: Tórshavn Útbúgving: Búskaparfrøði
á ið mann er í læru sum grann skoðari, tekur mann HD-útbúgv ingina, har tú arbeiðir fulla tíð og gongur í skúla aftan á arbeiðstíð. Tá fær mann nógvar praktiskar royndir, meðan mann lesur, men skúlin verður nakað niðurraðfestur. Skemtiliga kundi mann sagt, at slagorðini til útbúgvingina kundu verið: Alt meira enn eitt 2-tal er spill av tíð. Mær hevur altíð dámt væl at ganga í skúla, tí valdi eg at venda tí á høvd inum og fara undir fulltíðarlestur. Nú lesi eg búskaparfrøði á Setrinum. Sum fulltíðarlesandi sær mann tó skjótt týdn ingin av at sameina ástøði og praksis. Ofta er tað torført at skilja tað, sum verður sagt í undirvísingini, um tú ikki kanst seta tað í samband við veruliga arbeiðslívið.
AT STARVAST Á BAKKAFROST Eg starvist uml. 10 tímar um vikuna á fíggjardeildini hjá Bakkafrost. Uppgáv urnar eru fjølbroyttar. Alt frá at bóka til at gera roknskap. At Bakkafrost er á virðisbrævamarknaðinum og hevur so nógv lið í virðisketuni ger, at Bakkafrost møguliga er einasta fyritøka í Føroyum, har mann kann nýta alt tað ástøðið, sum tær útlendsku lærubøkurnar innihalda, og tí fær mann ótrúliga breiða vitan. Hvat fær ein fyritøka burturúr at seta ein lesandi í eitt lestrarstarv 10 tímar um vikuna? Tann lesandi kemur inn við nýggjasta ástøði, og nógv lesandi leita eftir einum parttíðarstarvi. Tí hóska tey
106
væl til ávís størv, har uppgávan ikki er stór, men skal gerast hvørja viku, aðru hvørja viku ella hvønn mánaða.
JOBMATCH RIGGAR Um mann skal sameina tey lesandi og vinnulívið, er Jobmatch heilt víst ein av vegunum fram. Eg var fyri fyrstu ferð á Jobmatch í 2016 og fekk nógv góð prát. Eitt av teimum var við Bakkafrost.
At Bakkafrost er á virðisbræva marknaðinum og hevur so nógv lið í virðisketuni ger, at Bakkafrost møguliga er einasta fyritøka í Føroyum, har mann kann nýta alt tað ástøðið, sum tær útlendsku lærubøkurnar innihalda, og tí fær mann ótrúliga breiða vitan Uttan at hava avtalað eina tíð fekk eg 5 minuttir av teirra tíð og fortaldi um meg sjálvan, og at eg ikki leitaði eftir einum fulltíðarstarvi, tí eg nokk kom at lesa eini 4 til 5 ár fram. Men eg var áhugaður í einum lestrarstarvi á nakrar tímar um vikuna ella at koma inn í styttri tíðarskeið, tá meiri var at gera enn vanligt, og 3 mánaðar seinni hevði eg lestrarstarv á fíggjardeildini hjá Bakkafrost. Tí snýr tað seg líka nógv um hjá tí lesandi at vísa seg fram, sum hjá vinnulívinum at leita eftir lesandi til eitt lestrarstarv.
LEINKJAN.FO:
SAMBOND ERU SERA TÝDNINGARMIKIL HVAT ÆTLAR TÚ TÆR EFTIR LOKNAN LESTUR? FINNA TÆR EITT GOTT STARV? KANSKA HEIMA Í FØROYUM? HVAT SKAL TAÐ VERA? HEVÐI TAÐ KANSKA VERIÐ GOTT VIÐ EITT SINDUR AV VEG LEIÐING FRÁ ONKRUM VIÐ TÍNUM FAKI OG FLEIRI ROYNDUM?
Leinkjan.fo, sum Vinnuhúsið umsitur, er heimasíða, sum knýtir sambond millum lesandi og føroyska vinnulívið. Heima síðan gevur lesandi møguleika at kunna seg um verkætlanir, praktikkmøguleikar og lestrarstørv í Føroyum. Hetta eru alt góðir mátar at koma í samband við før oyska vinnulívið og fáa tær royndir, tí tað kann vera torført at fáa fyrsta starvið, ið er viðkomandi fyri tína útbúgving, um tú hvørki hevur sambond ella royndir. Tað eru longu fleiri føroyingar undir út búgvi ng, ið hava nýtt gott av at
fáa sambond við føroyska vinnulívið. Ein teirra segði, at „fyri meg hevði tað nógv at siga at fáa samband við føroyska vinnu lívið. Tað at fáa kunnleika til ta vinnuna, sum eg vónandi fari at starvast í, er ein gyltur møguleiki,“ meðan ein annar við merkti, at tað „at fara í starvslæru er besta avgerðin, eg havi tikið á míni yrkisleið higartil. Tað hevur givið mær møguleikar, netverk og royndir, eg annars ikki hevði fingið.“ Umframt hetta hevur Leinkjan eisini eina mentorfunku, sum gevur lesandi møguleika at fáa ein mentor úr føroyska vinnulívinum. Tann lesandi søkir um at fáa ein mentor, og Vinnuhúsið finnur síðan onkran hóskandi, ið verður vald/ ur út frá tí, tann lesandi ynskir at kunna seg um. Eftir at hava havt ein mentor úr før oyska vinnulívinum segði ein lesandi, at „hann var sera hjálpsamur at vegleiða meg um, hvar eg skuldi fara í praktikk, hvønn eg skuldi tosa við, og hvussu eg skuldi føra meg fram. Vit settu okkum nøkur mál fyri tíðina í Føroyum, og tey málini havi eg nátt við góðum úrsliti. Nú fara vit báðir í felag at práta um nýggj mál.“ Um tú eisini leitar eftir eini verkætlan ella eini fyritøku at samstarva við um eitt nú bacheloruppgávu ella spesiali, eftir einum lestrarstarvi, praktikkplássi ella mentori, so er bert at hyggja nærri at leinkjan.fo og fylgja Leinkjuni á facebook.com/leinkjan.
Navn: Jórun Gaardar Starv: Vinnuhúsið Útbúgving: Cand. merc. á Copenhagen Business School
107
VEGURIN TIL ARBEIÐSLÍVIÐ
LINKEDIN – TÍTT TALGILDA CV HÓAST ÚTBÚGVINGIN ER KOMIN Í HÚS, KANN TAÐ VERÐA EIN AVBJÓÐING AT FINNA SÍTT FYRSTA STARV. EITT AMBOÐ, IÐ ER SERA ÚTBREITT, ER LINKEDIN. Navn: Guðrun Jacobsen Lesur: Lesur løgfrøði á Københavns Universitet Bústaður:: Keypmannahavn
108
HVAT ER LINKEDIN?
L
inkedIn er eitt vinnuligt, sosi alt netverk. Vangin verður nýttur sum eitt slag av lívsrensli, har tú skrivar, hvørjar royndir og útbúgving tú hevur, hvørji úrslit tú kanst vísa á, førleik ar, eginleikar og annað, ið tú metir vera viðkomandi. Sum við øðrum sosialum miðlum kanst tú søkja onnur um „vin arskap“, fylgja síðum, „dáma“ og skriva til onnur. Stóri munurin er, at ætlanin við einum persónligum LinkedIn-vanga er at netverka og marknaðarføra seg sjálvan á arbeiðsmarknaðinun. Tí kunnu fólk í tínum netverki „endorsa“ tað, tú hevur skrivað, tvs. taka undir við, at tú dugir ymiskt, og tey kunnu eisini skriva eitt viðmæli á tín vanga. Eisini arbeiðsgevarar kunnu gera sær síður á LinkedIn, har teir eitt nú lýsa við sær sjálvum og leita eftir starvsfólki. Til hetta finnast eisini sokallaðir „recruitarar“, tvs. vangar, ið leita eftir fólki fyri aðrar, ofta stórar, fyritøkur. Orðini, ið tú knýtir at tínum vanga, gerast nevniliga eisini leitiorð, og sostatt er lætt at leita eftir fólki við eitt nú ávísum útbúgvingum ella royndum. Pætur Magnussen, ið
er nýútbúgvin frá IT Universitetinum í Keypmannahavn, greiðir frá, at sum KTmennari fært tú javnan tílíkar áheitanir.
EIN ØÐRVÍSI MÁTI AT NÝTA LINKEDIN Tá 28 ára gamli Rógvi Nybo herfyri varð útbúgvin cand.scient.pol frá Universi tetinum í Keypmannahavn og skuldi søkja starv, fann hann sína skapandi síðu fram og gjørdi eina lýsing av sær sjálvum á LinkedIn. Lýsingin, við yvirskriftini „Vi vandt valget, og nu søger jeg job“, bleiv sædd av næstan 1.500 fólkum. „Hugskotið um at skriva eina opna starvsumsókn kom av, at eg fleiri ferðir havi sæð tíðindi um serliga kreativar um sóknir, sum góvu úrslit. Eg hevði eina hóming av, at har var ótrúliga hørð kapping um arbeiðsplássini á mínum øki. Næstan triðingurin av teimum nýút lærdu kandidatunum í stjórnmálafrøði vóru enn arbeiðsleysir hálvt ár eftir lokna útbúgving. Tí føldi eg eisini, at tað var neyðugt at gera okkurt meira burturúr. Eg gjørdi mær so dælt av, at eg júst hevði verið samskipari og ráðgevi til
upps lagið, umframt at nøkur eisini deildu tað víðari í teirra egna netverki. Tað kom sostatt rættiliga víða út. Tað gav tó einki ítøkiligt tilboð um starv – men eg veit, at fleiri løgdu merki til uppslagið. Og tað var ein góð roynd hjá mær sjálvum til at koma í gongd við at søkja arbeiði í Danmark.“ Rógvi leggur afturat: „Mítt ráð er tó (og tað siga „øll hini“ eisini), at besta amboðið, tá tú leitar eftir arbeiði, er telefonin. Tað munar best at ringja beinleiðis til arbeiðsgevarar, um tú ynskir at søkja av tínum eintingum.“
HVAT SIGA ARBEIÐSGEVARARNIR?
Rógvi Nybo
Eg hevði eina hóming av, at har var ótrú liga hørð kapping um arbeiðsplássini á mínum øki. Næstan triðingurin av teimum nýútlærdu kandidatunum í stjórnmála frøði vóru enn arbeiðsleysir hálvt ár eftir lokna útbúgving kommunuvalið í Føroyum, har tað gekk framúr væl, og valdi at skriva eitt slag av grein ella lýsing og almannakunngera tað. Eg lýsti millum annað, hvussu væl seinasta prosjektið hevði gingist, hvørja útbúgving eg havi tikið, hvørji størv eg havi havt áðrenn, og hvørjar førleikar eg millum annað kann bjóða. Endamálið var at fáa fólkini í mínum netverki at vita av, at eg nú leitaði eftir
arbeiði. Antin um tey sjálvi høvdu eitt starv til mín, um tey vistu um okkurt starv, eg kundi søkt, ella soleiðis at tey kundu viðmæla meg til arbeiðsgevarar, um tey vórðu spurd um onkran at við mæla. Altso var tað ætlað sum eitt slag av áminning og eitt søluátak av mínari arbeiðsmegi. Uppslagið fekk rættiliga positivan re spons. Fleiri í mínum netverki dámdu
Sambært eini kanning frá 2016 nýta 67% av donskum fyritøkum LinkedIn, tá tær leita eftir nýggjum starvsfólki. Tølini kunnu neyvan nýtast beinleiðis í føroysk um samanhangi. Rógvi greiðir frá, at í Danmark leggja bæði arbeiðsgevarar, A-kassar og jobsentur dent á boðskapin um LinkedIn, m.a. tí at alsamt fleiri størv verða sligin upp umvegis LinkedIn, og tí at arbeiðgevarar leita eftir starvsfólki umvegis LinkedIn, men hann vísir á, at í Danmark ert tú ikki kendur framman undan eins og í Føroyum. „Tá er LinkedIn fínt sum ískoyti til CV’ið og umsóknina.“ Sum dømi greiðir Eva Skeel Nolsøe, ið er starvsfólkastjóri á Føroya Tele, frá, at flestu størv á Føroya Tele verða lýst leys á ft.fo og øðrum viðkomandi starvs portalum. „Tískil nýta vit ikki LinkedIN til at headhunta arbeiðsmegi. Tó kann tað vera viðkomandi at hyggja á LinkedInvangamyndina fyri at fáa eitt neyvari innlit í førleikar og royndir hjá einum umsøkjara.“ Hugt verður tó fyrst og fremst at eginleikum og førleikum hjá umsøkjarum, „fyrst í umsóknini og síðan til samrøðu.“ Síðan kann vangamynd in á LinkedIn hava týdning. Eva leggur afturat, at eins og við einum CV, so er tað týdningarmikið, at vangamyndin á LinkedIn er rættvísandi og dagførd. Ein vangi á Linkedin kann sostatt vera eitt hent amboð, tá tú søkir starv, hóast týdningurin helst er størri uttan fyri Føroyar og óivað eisini frá vinnu til vinnu. Tó skalt tú hava í huga, at fleiri vegir eru til starvið, og tað kann vera minst líka avgerandi at hava beinleiðis samband við arbeiðgevarar, at skriva eina góða umsókn og at gera eitt gott inntrykk til samrøðuna.
109
VEGURIN TIL ARBEIÐSLÍVIÐ
JOBMATCH – HVAT – HVØR – HVÍ? Navn: Helena Fríða Jørmundsson Lestrarland: Danmark Útbúgving: Virkusbúðskap á Roskildi Universitet
HVAT ER JOBMATCH? Jobmatch er eitt networking-tiltak, ið skal hjálpa føroyskum lesandi at fáa sam band við føroyska arbeiðsmarknaðin. Job match hevur síðan 2008 verið ein fastur táttur í ársins seinasta kalendaramánaði.
HVØR KEMUR? Seinasta árini hava altsamt fleiri privata fyrtøkur verið við, umfrant at størsti part urin av miðfyrisitingini eisini er við í til takinum. Á Jobmatch 2016 vóru í alt 45 ymiskir stovnar og fyritøkur, ið stóðu til
reiðar at møta lesandi í Norðurlanda húsinum.
HVÍ FARA Á JOBMATCH? Á Jobmatch kanst tú seta teg í samband við tín komandi arbeiðsgevara, ella tú kanst finna eina fyritøku at gera eina rit gerð saman við. Kanska skalt tú í praktikk, og tá er hetta eisini eitt høvi at finna eina føroyska fyritøku at fara í praktikk hjá. Jobmatch bjóðar eisini eina rúgvu av framløgum og seinast – tað er ókeypis!
EITT VIRKIÐ FELAG, IÐ TRYGGJAR TÍNI RÆTTINDI
Stoffalág 60 Tórshavn Tel. 35 48 00
www.handverk.fo
SAMFELAGSVÍSINDAFELAG FØROYA, STYTT SAMFELAGIÐ, VARÐ STOVNAÐ 4. APRÍL 2014.
H
ildið varð, at tað manglaði ein samfelagsvísindalig rødd í sam felagsk jaki nu m, sum kundi stuðla undir størri dýpd og fjølbroytni í fakliga kjakinum. Felagið er slóðbrótandi á tann hátt, at limirnir í SamFelagnum hava nógvar ymiskar akademiskar útbúgvingar, sum skapa eina breidd tvørtur um fakmørk, har tað er samfelagsvísindin heldur enn fakmørk, sum binda limirnar saman. Endamál felagsins er at vera savn andi miðil fyri tey, sum hava akadem iska útbúgving innan samfelagsvísindi í týdninginum: Vísindi, sum fáast við at granska og tulka menniskjaskaptar felagsskapir, institutiónir, strukturar og sosialar relatiónir, og hvørs serliga styrki og eyðkenni eru opinleiki og fjølbroytni í teoretiskum og metodiskum arbeiði. Til ber eisini hjá lesandi á hesum út búgvingum at gerast limir, talan er tá um atlimaskap. SamFelagið hevur tvey høvuðsenda mál – eitt inneftir í felagið og eitt úteftir í samfelagið. Inneftir skal felagið vera ein miðil til fakliga menning fyri einstaka limin og fyri samfelagsvísindini sum yrkisgrein, m.a. við at vera eitt forum fyri vitanardeiling og fakligum íkasti til og millum limir. Í hesum sambandi skipar SamFelagið m.a. fyri tiltøkum, har limirnir fáa høvi at halda upplegg á limafundum og sostatt royna seg við at standa fram og miðla sína vitan á stuttan og greiðan hátt og soleiðis styrkja sína førleikar í mun til at miðla sína vitan í almenna rúminum.
Úteftir skal felagið vera umboð fyri samfelagsvísindina í samfelagnum, m.a. við at geva fakligt íkast til samfelagskjak ið, og at eggja limum at taka lut í sam felagsk jaki nu m. SamFelagið skipa r javnan fyri almennum tiltøkum, m.a. við Pecha Kucha-tiltøkum, har limir miðla sína vitan. Talan kann eisini vera um tiltøk og kjak, har ymisk fakfólk koma at greiða frá ymiskum samfelagsviðkomandi evn um. SamFelagið hevur eisini sett sær fyri, at tann vitanin, sum samfelagsfrøðingarnir hava savnað saman og miðlað í sínum serritgerðum, ikki verður goymd burtur í eini skuffu, men heldur kemur øllum til góðar í einum vitanarbanka. Heimasíðan hjá SamFelagnum er tí víðkað til eisini at fevna um eitt savn við ritgerðum, sum snúgva seg um samfelagsvísind, og sum frítt kunnu takast niður av heimasíðuni. Eisini hevur heimasíðan hjá Sam Felagnum eitt yvirlit yvir samfelagsfrøð ingar við vangamynd og serøkjum. Yvir litið er ætlað bæði sum ein platformur, har samfelagsfrøðingar kunnu gera vart við sína vitan og sum ein platformur til onnur, og har t.d. fjølmiðlar, kunnu finna samfelagsfrøðingar við vitan inn an ymisk øki. Samband fæst við felagið á samfelagid@outlook.com Meira kunning um virksemið, tiltøk og limaskap fáast á heimasíðuni hjá Sam Felagnum www.samfelagid.fo.
111
Betri Ung
Betri legat - stuðlar tær í tíni útbúgving
Betri legat er eitt legat fyri ung føroysk lesandi, ið eru farin undir eina hægri bókliga útbúgving ella yrkisútbúgving. Legatið er ætlað sum stuðul til uttanlandsuppihald í beinleiðis sambandi við útbúgvingina. Betri legat er uppá kr. 15.000 og verður latið upp til tveimum umsøkjarum, tvær ferðir árliga.
g
s Le
m
aá eir
t be
n o/u ri.f