Fjølnir 2018

Page 1

Fjølnir 2

0

1

8


Hit t okk um SKRIVSTOVAN

FJØLNIR 2018 UPPLAG: 1200 ÁBYRGDARFÓLK: Katrin Fríða Jógvansdóttir Helena Fríða Jørmundsson Tummas Janusarson Danielsen Turið Jónleyg Johannesen

Skrivstovan hjá MFS hevur, síðan hon flutti til Før­ oy­ar, havt adressu í Tórshavn. Vit húsast í høl­un­um hjá Fróðskaparsetrinum, og fara tískil at halda til í Sjóvinnuhúsinum, tá Setrið flytir inn har. Hóast nógv samskifti nú á døgum fyri tað mesta er um­ veg­is alnetið og telefon, ynskja vit at hava eina skriv­stovu, sum gevur okkum møguleika at vera har, sum tey lesandi eru, og á tann hátt vera við til at skapa og luttaka í lestrarumhvørvinum í Føroyum. Afturat hesum er eisini hugaligt, tá lesandi koma ein túr framvið við spurningum ella bara fyri at fáa eitt gott prát.

MFS-TILFAR Á NETINUM Heimasíðan hjá MFS verður javnan dagførd við tíð­ind­um, greinum og øðrum viðkomandi til­fari. Harafturat liggja myndir frá tiltøkum eins og sjón­ bond, plakatir, bløðini „Fjølnir“ og „Pisan“, sam­ bands­møguleikar og mangt annað á heimasíðuni.

LÝSINGAR: Helena Fríða Jørmundsson SNIÐ OG UPPSETAN: Fríðbjartur Miðberg midberg.com

FACEBOOK MFS er eisini at finna á Facebook, har vit lýsa við til­­tøkum og størvum og leggja tíðindi og annað við­kom­andi tilfar út. Møguleiki er eisini at senda okkum eini boð á Facebook ella á telduposti, mfs@ mfs.fo, um tit hava spurningar um eitthvørt.

RÆTTLESTUR: Katrin Mohr FORSÍÐA: Bárður Fríi Mikladal bardurm.com PRENT:

Vit eita MFS á Facebook, so far inn á Facebook og dáma okkum, og vit eru eisini fegin um at fáa tínar viðmerkingar um okkara virksemi, tiltøk og viðkomandi mál. Sig tína hugsan og ger tína rødd galdandi. Leinkja: www.facebook.com/MFStudenta

Føroyaprent ÚTGEVARI: Meginfelag Føroyskra Studenta LEINKJUR: Facebook: www.facebook.com/MFStudenta Instagram: MFStudenta Heimasíða: www.mfs.fo Teldupostur: mfs@mfs.fo

Blaðið er einans upplýsandi. Tað kunnu vera broytingar komnar, síðan blaðið varð útgivið. MFS frátekur sær tí alla ábyrgd fyri skeivar upplýsingar.

INSTAGRAM MFS hevur ein vanga á Instagram, har møguleiki er at fylgja føroyskum lesandi kring knøttin. Hvørja viku er tað ein lesandi, sum í myndum og orð­ um greiðir frá sínum lestrarlívi. Um tú fylgir við vanganum hjá MFS á Instagram, er møguleiki at síggja, hvat tey ymisku føroysku lesandi takast við. Vangin hjá MFS á Instagram eitur MFStudenta.


72

92

60

126

66 6 Vælkomin til Fjølnir

MFS 10 12 14 16 17 18 20 21 22 24 25 26 28

Hvat er MFS? Frágreiðing frá forkvinnu felagsins Hví raðfesta útbúgving? Ráðið hjá MFS Enter Føroyar Spesiali­kvøld í Sumpen Føroya­nevndin hjá MFS Keypmanna­havnar­nevndin Fólka­atkvøða í Katalonia MFS í millumtjóðasamstarvi MFS á ferð Markleys útbúgving 2017 Pisudagar

Lesandi í Danmark 32 34

Kom til Aalborg! Skulu Føroyingar hava framíhjárætt til læknalig útbúgvingar­størv í Føroyum

38 40 44 51 52 54

Lestrarstarv á CAMES Lestrargongan 2017 Lestrarfeløgini í Keypmannahavn Føroyingafelagið á Fyn Lestrarstarv í Bygnings­styrelsen Føroyingafelagið í Aalborg

112

40 56 58

Skal eg skifta lestur? Uddannelsesloftet – Hvat merkir tað fyri meg?

59 60

ÍF Føroyar fótbóltur Matur á lestrarstuðli

Lesandi uttanfyri kongaríkið 66 68 72 76 78 80 82

At leita sær út í fjarskotin lond Skiftisnæmingur í Andalusia At lesa á heimsins norðasta lærustovni Starvsvenjing í Turkalandi At lesa til tannlækna í Kekkia At lesa til lækna í póllandi Fashion design í Monda

Lesandi í Føroyum

Lestrarhjálp 100 102 104 106 108

Málslig fyri­reikingar­skeið Uttanlands: Hvussu finni eg bústað? Ískoytislesnaður Spurningar og svar frá ASK Evolutiónin frá at vera „næmingur“ til at vera „lesandi“

109 Týdningarmiklir dagar fyri lesandi 112 Minus á kontu – Hvat nú? 114 Betri Legat – Starvslesandi á føroysku sendistovuni í Brússel

116 Skiftislestur 118 Finn títt felag 120 Ráðgevingin 121 Foreldur og lesandi: Lesandi uttanlands, við barn og ynskir at eiga í Føroyum At vera lesandi og foreldur

88

Finsen var fyrsta stigið – men nær kemur næsta?

90 92 94

Útbúgvingar í Føroyum Ráð teirra lesandi Eitt fróðskaparsetur merkt av sparingum og iva

95 96

Betri fokus á útbúgving Starvsvenjing á Fróðskapar­setrinum í sambandi við heimspekisgreinina burðar­dygnis­heimspeki í praksis

Eftir lesnað 126

Mennandi avbjóð­ingar og lærurík byrjan

128 Leinkja.fo 129 Jobmatch 130 Mín Ph.d. ritgerð 132 Ph.d. er krav fyri at fara granskara­vegin 134 A-kassi – hví skal eg melda meg inn?


Betri Ung

Uttanlands at lesa? Vit eru har sum tú ert Tú fært fatur á okkum skjótt og lætt á øllum miðlum. Og tú ert sjálvandi altíð vælkomin á gátt til eitt prát.

Netprát

Telefon

Teldupost

Kjatt

g

ira

Le

e sm

á

n o/u f . i tr be

Skype

Facebook

Instagram


Sum lesandi fært tú: Nemkontu til studningin Netbanka á fartelefonina Lestrarkreditt NemID Ymisk gjaldskort Tryggingar Avsláttur Ráðgeving


Vælkomin til Fjølnir „EDUCATION IS THE MOST POWERFUL WEAPON WHICH YOU CAN USE TO CHANGE THE WORLD“

H

esi orð segði Nelson Mandela í ein­ari røðu í Suðurafrika í 2003, sum viðgjørdi týdningin av út­ búgv­ing og sum legði dent á, at út­búgv­ ing er vegurin fram til eitt betri, rættvísari sam­felag, sum eitt nú frem­ur javn­rætt­ indi, burðardyggleika og stabilitet. Vit í MFS meta somuleiðis útbúgving vera sera týdningarmikla fyri samfelagið og fólkið, tí vitan er styrkin og drívmegin í okkara samfelagi. Vit leggja tí stóran dent á at breiða út vitan um eitthvørt, ið rørir seg á útbúgvingarøkinum, og at upplýsa fólk um nakrar av teimum hópin av møguleikum og forðingum tú kanst møta, tá tú fert undir lesnað. Av hesi orsøk, geva vit á hvørjum árið út lestrarblaðið Fjølnir, ið serliga er ætlað tær, ið fer undir hægri lesnað ella longu er undir lesnaði.

Í blaðnum kanst tú lesa um og fáa íblástur til, hvat og hvar tú skalt lesa, bæði í Føroyum og uttanlands, og hvørj­ir møguleikar tú hevur undir og eftir lesn­ að­in. Vit leggja dent á at veita tær hjálp­ andi upplýsingar um, hvussu tú kemur best frá lestrarbyrjan og hvat er hent at minnast til, bæði áðrenn og undir lesnaðinum. Vit ynskja tykkum, sum nú fara undir hægri lesnað, góða eydnu við øllum og at finna røttu leiðuna. Vónandi fer Fjølnir at vera tykkum hent, nú tit fara undir at leggja framtíð í lestrarlívið. Vit í Fjølnir vilja takka øllum, sum á ein ella annan hátt hava hjálpt til við at gera blaðið til veruleika. Vit vilja takka tykkum, ið hava skrivað greinar, lýsarum, og ráðnum og nevndum hjá MFS.

Vinaliga

Meginfelag Føroyskra Studenta

6


MFS á instagram:

midberg.com

MFStudenta

Fylg okkum á Instagram fyri at síggja føroysk lesandi kring allan heim greiða frá í orðum og myndum, hvussu lív teirra er sum lesandi! Her fært tú upplýsing, undirhald og íblástur til lesnað og hvørjir møguleikar eru!



MFS H VAT E R M F S ?

/ 10

FRÁGREIÐING FRÁ FORKVINNU FELAGSINS

/ 12

H V Í R A Ð F E S TA Ú T B Ú G V I N G ?

/ 14

RÁÐIÐ HJÁ MFS

/ 16

E N T E R F Ø R OYA R

/ 17

SPESIALIK ­ VØLD Í SUMPEN

/ 18

F Ø R O Y A ­N E V N D I N H J Á M F S

/ 20

K E Y P M A N N A­H A V N A R­N E V N D I N

/ 21

FÓLKAA ­ T K V Ø Ð A Í K ATA L O N I A

/ 22

M F S Í M I L L U M T J Ó Ð A S A M S TA R V I

/ 24

MFS Á FERÐ

/ 25

MARKLEYS ÚTBÚGVING 2017

/ 26

PISUDAGAR

/ 28

9


MFS

Hvat er MFS? MFS (MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA) ER FELAGSSKAPURIN HJÁ TEIMUM FØROYSKU LESANDI. VIT ERU TIL TAKS AT HJÁLPA VIÐ AT BATA UM VIÐURSKIFTINI HJÁ TEIMUM LESANDI KRING HEIMIN. VIT ERU STOVNURIN SUM TIT KUNNU VENDA TYKKUM TIL, TÁ IÐ TAÐ ER OKKURT SUM TYKKUM IKKI DÁMAR. TIT HAVA EISINI MØGULEIKAN AT KOMA VIÐ TANKUM, UM TAÐ ER OKKURT, SUM TIT HILDU SKULDI VERIÐ ØÐRVÍSI

M

FS er myndað av lesandi, ið arb­ eiða miðvíst fyri at troka á og gera vart við viðurskiftir, ið á ein hvønn hátt ávirka tey lesandi. MFS hevur síðan 1962 arbeitt fyri viðurskiftunum hjá teimum lesandi og tískill hevur felagið drúgvar royndir innan at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram. Av tí at vit eru tann almenna røddin hjá teimum lesandi og eru við, tá ið upp­ skot og lógir, sum fevna um tey lesandi, verða viðgjørd, hava vit ávirkan á politisku skipanina og tær lógir sum koma har frá. Vit royna okkara besta at veita hjálp

10

til øll støð har ið føroyskt lesandi eru. Vit hava millum annað havt nevndir í Íslandi, Avstralia, Norra, Bretlandi, Danmark og Føroyum. Í núverðandi løtu eru tað bert nevndir í Føroyum og Danmark. Hevur tú hug at byrja eina deild, har tú lesur, so er tað bert at fara í gongd; vit skulu nokk hjálpa tær.

HVÍ SKAL EG KOMA VIÐ Í MFS? Í MFS er tað møguligt hjá tær at fáa drúgv­ar royndir innan alt frá fyriskipan av til­tøk­um, skriva lesarabrøv, til at verða blað­stjóri. Tú kemur í samband við onnur


lesandi sum hava somu áhugamál sum tú, og sum kunnu koma við einum ískoyti tá ið tú hevur eitt hugskot. MFS er ein sera mennandi felagsskapur sum kann hjálpir tær við at víðari menna teg sum persón og sum lesandi. „Kom við! Tú kanst gera mun!“. Hetta eru ofta orð man hoyrir frá fólkið tá ið tey vilja hava teg at koma við í ein hvønn felags­skap, men hetta er veruliga nakað sum passar í MFS. Her gera vit øll mun, eing­in kann, ella vil forða tær, í nøkrum um tú hevur eitt hvørt ynski.

Av tí at vit eru tann almenna røddin hjá teimum lesandi og eru við, tá ið upp­skot og lógir, sum fevna um tey lesandi, verða viðgjørd, hava vit ávirkan á politisku skipanina og tær lógir sum koma har frá

MFS Á CV’NUM MFS á CV’num er nógv vert, tá ið tú eina­ ferð skal út at søkja um arbeiði. Hetta leggur upp til, at arbeiðsgevarin sær at tú ert ein ágrýtin persónur, ið hevur áhuga at ávirka tað umhvørvið sum tú ert ið. Men tú skalt ikki einast koma við í MFS fyri at pynta um CV, mest av øllum er tað, at tú følir at tú gert mun. Tað at verða, lesandi kann onkutíð vera keðiligt. Og tú kann ofta sita og ivast í, hvat meiningin við øllum hesum er, og hvat tú skal brúka hetta til. Tá er tað heilt einfalt deiligt, at hava okkurt við sínar av lestrum sum tú kanst arbeiða við. Har tú sær at tú ger mun, ting henda, fólk lurta eftir tær og tú samstarvar við onnur lesandi.

mill­um annað til lønir, tiltøk og ann­að virk­semi ið upplýsir ella hjálpir teim­um les­andi.

SKRIVSTOVAN RÁÐIÐ HJÁ MFS Ráðið verður sambært reglugerð­um felags­ins valt á ársaðalfundi, og kann í mesta lagi verða sett saman av 11 ráðs­ limum. Ráðið skipar seg á aðal­fund­in­um við formanni, næst­formanni, skrivara og kassa­meistara. Skrivarin hjá MFS virkar van­ligt sum kassameistari hjá MFS. Ráð­ið er hægsti myndugleiki í MFS og virkar sum savningardepil fyri virksemi í nevnd­ un­um. Ráðið er so at siga tann politiski part­ ur­in av MFS, tað er her at við­kom­andi mál teirra lesandi verða viðgjørd og um­rødd. Ráðið tekur sær eisini av teim­ um upp­gáv­un­um sum liggja uttan fyri arb­eiði hjá nevndinum, tildømis at føra bók­hald, tiltakið Markleys Út­búgv­ing og Jobmatch. Ráðið er eisini ein av tað ið hevur ábyrgd av blaðinum hjá MFS Fjøln­ir. Av tí at MFS er á fíggjarlógini ger tað okkara fíggjarligu støðu góða. Teir peng­arn­ir sum vit fáa frá landinum fara

Av tí at alt arbeiði í MFS er sjálvboðið arbeiði hava vit brúk fyri at onkur røkir rokni­skap­in og annars førir bók­hald. Skriv­arin hjá MFS er tann sum ger hetta arb­eiði. Í løtuni er tað Barbara Gaard­lykke Apol sum er skrivari hjá MFS. Skrivarin er sett­ur í eitt 10 tímar lestrarstarv, at røkja hesa uppgávuna. Fyri nøkrum árðum síðani valdi MFS at flyta skrivstovuna til heim til Føroyar ítráð við at fokus bleiv lagt, at vit skulu fáa so nógv lesandi at verða verandi í Føroyum. Tíðin var eisini komin hjá okkum at flyta skrivstovu arbeiðið heim. Undir ráðnum eru nevndirnar. Tær arb­eiða við lestrarviðkomandi málum í rætti­liga breiðum týdningi.

NEVNDIR Undir ráðnum eru nevndirnar. Tær arb­ eiða við lestrarviðkomandi málum í ein­ um rættiliga breiðum týdningi. Nevndirnar hjá MFS er so at siga hjarta

í MFS, tað er her at alt fót arbeiði hendur. Og vanliga tey sum tú møtir. Sum dømi kann nevnast tað kenda ræstkjøta­veisl­ an hjá nevndini í Danmark sum verður hild­in um veturin. Nevndirnar virkar í stóran mun óheftar av yvirordnaða ráðnum. Tær skipa fyri tiltøkum, veistlum, og virka fyri ítøkiligum viðurskiftum hjá teimum lesandi júst har tey eru. Tað er lættari at skipa fyri tiltøkum, um ein er við í MFS, av tí at MFS kann veita fíggjarligan stuðul. MFS hevur hópin av royndum, og hetta gagnnýta lokalfeløgini, til at gera lestr­ar­lívið meira spennandi hjá teim­um les­andi. Hvør deild hevur ein for­mann/ kvinnu og nakrar limir. Hvussu deild­irn­ar skipa seg og annað, avgerða deild­irn­ar sjálv­ar.

SØK MFS UM STUÐUL TIL HEIMFERÐINA MFS hevur í nógv ár haft ein ferðastuðuls grunn Flogvit sum kann veita tær stuðul til ferðaseðil heim í samband við eina upp­gávu ella annað í hevur við føroyskt viður­skift­ir. Tú kanst lesa meira um Flog­ vit og síggja umsøknar freist á heima­ síðuni hjá MFS MFS.fo

11


MFS

FRÁGREIÐING FRÁ FORKVINNU FELAGSINS

Føroyska lestrar­um­hvørvið í broyting Á

Helena Fríða Jørmundsson Lesur B.A. í Politikki, umsiting og samskifti, Roskilde Universitet Búsitandi í Keypmannhavn

rið í ár hevur verið merkt av politiskum átøkum, sum bæði hava verið góð og minni góð fyri les­andi. Hóast vit stundum kunnu brúka nógva tíð uppá at leggja dent á tað, sum ikki er í lagi, mugu vit ikki gloyma at gleð­ast um tey góðu átøk­ini, ið verða framd. MFS hev­ur arbeitt fyri at hækka lestr­ar­stuðulin í Føroyum, og tað hava loksins verið stór fram­stig á hes­um øk­ in­um. Lesandi fáa nú lestr­ar­stuðul tann 12. mánaðin á ár­in­um, og hetta kem­ur á eitt turt stað, sum les­andi koma at merkja. Samstundis er hetta eis­ini eitt sterkt signal at senda lesandi, tí tað ber brá av, at lesn­að­urin meira og meira verð­ ur sæddur sum eitt full­tíð­ar­yrki. Vit eru tó ikki heilt á mál enn, tí at stuð­uls­­upp­hæddin enn er í lægra end­an­um, í mun til kostn­­aðar­støði í Før­oy­um. Tó er hetta eitt stórt stig á rætt­ari leið. Fyri stuttum síðani varð avgjørt at skerja ferða­ stuð­ul­in til les­andi utt­ an­lands. Hetta hev­ur rakt útisetarnar ym­iskt, har

summi eru harð­­ari rakt enn onn­ur. Tað er, sum at Menta­málaráðið hev­ur havt lesandi í Dan­mark í huga, tá tey hava tikið av­gerð­­ina um at skerja studn­ing­in, og ikki tikið hædd fyri teim­um, ið lesa longur úti í heimi, tí at her er ferða­kostn­ að­ur­in verri at fanga við einari breið­­ari generalisering. Skerjingin varð framd við marknaðarprísum í huga, sum nú eru lægri, enn teir nakrantíð hava ver­ið á rutuni millum Føroy­ar og Dan­mark. Ilt er tó at hugsa sær, at landið vil økja hesa upphædd aftur, skuldi markn­að­ ar­prísurin hækka aftur. Hóast ein roynir at verða posi­tiv­ur, so eru tað ikki all­ar politiskar av­gerð­ir, sum kunnu skoðast úr ein­um posi­tiv­ um sjón­ar­horni. Av­­gerð­in um ikki at veita Fróð­­skap­ ar­setri Før­oya tí játt­ina, sum stovn­urin hevur tørv á, er ein skeiv av­gerð at taka. Vit hava ein­­ans eitt universitet í Før­oy­u m, sum sam­an við gransk­ ing­ar­stovn­un­um, spæl­ir ein tann allar týdn­ingar­ miklasta leik­lutin í sam­

Avgerðin um ikki at veita Fróðskap­arsetri Føroya tí játt­ina, sum stovnurin hevur tørv á, er ein skeiv avgerð at taka

12


Lestr­ar­íbúð­irn­ar eru við til at lætta um tann stóra íbúðartørvin í høvuðs­stað­ar­ øk­in­um, og eru samstundis við til at skapa eitt betri lestrarumhvørvi í Føroyum, har trivn­að­urin hjá lesandi verður øktur

felagn­um, hvat vit­an við­víkir. Fróð­skap­ar­ setrið hevur eitt høvuðs­­enda­mál, sum er at útbúgva teirra les­andi, og at út­búgva á sama støði sum universitetini aðra­staðni gera. Ger tað ikki tað, er uni­versi­tet­ið ikki kapp­ing­ar­ført. Í ein­um global­sam­felag, har kapp­ing­ar­førið økist og al­tjóða­krøv­ ini herðast, má Setrið hava fíggj­ar­­ligt rása­rúm til ikki einans at varð­­veita ver­ andi virksemi, men eisini at upp­rað­­festa menning av sjálvum stovn­in­um. Tí er ein økt upphædd onki annað enn nát­túru­lig, um vit í Føroyum ynskja at fylgja við á útbúgvingarøkinum. MFS stúr­ir stór­liga fyri, at avleiðingarnar av hes­ari nið­ur­ rað­fest­ing­ini fer at lækka góðsk­una á Setr­in­um, og at hetta tískil kem­ur at raka tey lesandi beinleiðis. Á íbúðarøkinum hava vit sæð eina søgu­liga stóra framgongd. Har vit fyrr ein­­ans hava havt skúlaheim til fólk und­ir út­búgv­ing, hava vit í ár fingið tveir í­búð­ ar­blokk­ar, sum til samans telja 71 lestrar­ íbúð­ir. Hendan miðsavnanin av les­andi er eitt megnar tak, og óivað størsta hál í før­oysk­ari ungdómssøgu nakr­an­tíð. Lestr­ar­íbúð­irn­ar eru við til at lætta um tann stóra íbúðartørvin í høvuðs­stað­ar­øk­

in­um, og eru samstundis við til at skapa eitt betri lestrarumhvørvi í Føroyum, har trivn­að­urin hjá lesandi verður øktur. MFS hevur í ár fingið eina hægri játtan á føroysku fíggjarlógini. Tað eru vit sera takksom fyri, tí tað merkir, at vit í enn størri mun kunnu umboða føroysk les­ andi. Hetta er av alstórum týdningi, tí sum rødd teirra lesandi, mugu vit hava um­støð­ur og møguleika at virka fyri les­ andi úr øllum hugsandi vinklum. Skulu vit hava lesandi at mynda okkara fram­ tíð­ar­samfelag, er tað neyðugt, at um­støð­ urn­ar verða so góðar sum gjørligt, og tað gevur ein góð fíggjarjáttan okkum pláss til at arbeiða fyri. Í altjóða høpi, hevur MFS upprað­fest sam­størv, sum geva serligt innlit í al­tjóða útbúgvingarpolitik, sum hevur bei­nleið­is ávirkan á teir karmarnar, sum út­búgv­ing­ ar verða skipaðar eftir. Her fær MFS innlit í tað sum rørir seg, v.v. rákum og krøvum, sum stundum økjast. Hetta gevur okkara sjálvbodnu møguleika at tilogna sær eitt sermerkt perspektiv á útbúgving, sum skapar eina tilvitan og førleika at kunna fyrihalda seg skeptiskt til tann út­búgv­ingarpolitik, sum verður førdur

í Før­oyum. Á tann hátt hevur MFS eina ambitión um at kunna halda varðhald á einum hægri politiskum støði, umframt eisini at kunna verða aktivur viðleikari í út­búgv­ing­ar­politiskum avgerðum í Før­ oy­um. MFS er myndað av lokalum nevndum. Í dag eru nevndir okkara lokaliseraðar í Keyp­manna­havn og Tórshavn. Nevndinar eru ein týdningarmikil liður í MFS og arb­ eiða fyri at betra lestrarumstøðunar á yms­an hátt. Í Keypmannahavn hevur tað verður skipað fyri árligu lestrargonguni, eitt til­tak, ið veruliga hevur tikið dyk á seg, Enter Føroyar, har føroyski búð­stað­ ar­marknaðurin verður vendur, um­framt mangt annað. Í Føroyum hevur nógv orka verið løgd í aðalfundin, sum end­aði við einum braki av fýra ymiskum tón­ leik­aram og bólkum, og arbeitt verður í løtuni við at gera ein pallborðsfund um viðurskiftini á Fróðskaparsetium. MFS hevur nógvar uppgávur, ið skulu lyftast komandi tíðina, og rúm er altíð fyri fleiri eldsálum at lyfta lestrarumstøðunar hjá Føroyskum lesandi. Hevur tú hug at vera ein partur av okkara toymi, er bert at stilla upp til aðalfundini hjá ráðnum ella einari av lokalu nevndunum. Við lestrarkvøðum Helena Fríða Jørmundsson Forkvnna í MFS

13


MFS

U Terji Beder Lesur kandidat í Útbúgvingarvísindi, Århus Universitet Búsitandi í Keypmannahavn

14

pp gjøgnum 90’ini byrj­aði OECD at granska í útbúgv­ing, har kannað varð, hvørja ávirk­an út­ búgv­ing hevði á fíggjarliga framgongd í sam­felags­høpi. Út frá hesum analysum, varð ein greiður samanhangur staðfestur, sum vísti, at eitt væl útbúgvið fólk var ein týð­andi faktorur í einum samfelagi við øktari menning. Her tosaði man um hug­tøk, so sum vitanarøkonomi, sum sam­stundis bleiv grundarlag fyri tí, sum vit kenna í hugtakinum vitanarsamfelag. Hetta er í stóran mun tað, sum liggur til grund fyri tær ambitiónir og tey rationali, sum tað evropeiska útbúgvingarøkið strembar og hevur innrættað seg eftir. Við hesum, eru lond í størri mun farin frá at síggja útbúgving sum eina útreiðslu, til at síggja tað sum eina íløgu, har ein góð útbúgvingarskipan verður sædd sum ein grundarsteinur fyri einum góðum sam­felagi í framgongd. Í 2005 tóktust hesir tankar eisini at hava vunnið sær innivist í Føroyum, har Visjón 2015 avspeglaði nógvar av hes­ um tankum. Við orðingum so sum at tað „Týdningarmesta tilfeingið er eitt vælútbúgvið fólk“, var ein greið ætlan

fram­løgd, sum skuldi gera føroyska út­ búgv­ing­arøkið betri sameint frá byrjan til enda, har hvør liður í útbúgvingini skuldi lyft­ast á eitt hægri støði. Ú­tbúgv­ ing skuldi tryggja okkum kappingarføri og var ein av grundarsteinunum fyri at náa aðal­mál­inum í visjónini, sum var, at Før­oy­ar skuldi teljast millum bestu lond at virka og liva í. Í andanum av Visjón 2015 vistu vit, at útbúgving var neyðug at raðfesta, men hevur tíverri verið undirraðfest tey mongu seinastu árini, sum eitt nú er sjónligt v.v. undirraðfestingini av Fróðskaparsetri Føroya. Trupulleikarnir við ikki at raðfesta útbúgving elvir til, at fólk í enn størri mun leita sær aðrastaðni at útbúgva seg. Loysa vit trupulleikan við fólkafráflytingini, so loysa vit samstundis eisini trupulleikan við framskrivaðu aldurssamansetingini í landinum, sum er ein politisk avbjóðing vit eiga fyri framman, umframt at hetta eisini bøtir uppá kynssamansetingina her á landi. Hetta snýr seg tískil um meira enn bara ein búskaparligan vøkstur, men hevur aðrar síðuvinningar við sær, um vit kunnu útbjóða góðar og viðkomandi útbúgvingar.


Eitt nú áttu partar av maritimu útbúgvingunum at verðið uppstigaðar til bachelorstig, soleiðis at tey útbúgvingartakandi fingu møguleika at byggja víðari á teirra útbúgving, og útbúgvingin á tann hátt varð meira møguleikaskapandi, enn hon er í dag Í einum landi sum Føroyar, við einans 50.000 íbúgvum, eru avbjóðingarnar innan uni­versi­tets­ virk­semið sermerkt. Vit hava í nógv størri mun enn aðrastaðni tørv á at verða selektiv, í mun til hvørjar útbúgvingar vit velja at útbjóða. Við einum so lágum íbúgvatali er tørvurin á einari rúgvu av útbúgvingum sera avmarkaður, tí marknaðurin fyri hesar útbúgvingar øgiliga skjótt er mettaður. Tí mugu vit verða sera umhugsin, tá ið vit tilvelja okkum útbúgvingar at útbjóða. Eitt øki, sum hevði verið upplagt at uppraðfest, eru mari­timu útbúgvingarnar. Vit eru ein fiski­ vinnu­tjóð, har vit øll eru tengd at fiskivinnuni, sum primert virk­ar berandi fyri landið. Tí átti tað verið av áhuga, at gjørt íløgur í útbúgving innan hetta økið. Ein íløga í hesar útbúgvingar er samstundis eisini ein íløga í høvuðsvinnuna, sum umvegis eina økta vitan og førleikar, kundi verið virðisskapandi. Eitt nú áttu partar av maritimu útbúgvingunum at verðið uppstigaðar til bachelorstig, soleiðis at tey útbúgvingartakandi fingu møguleika at byggja víðari á teirra útbúgving, og útbúgvingin á tann hátt varð meira møguleikaskapandi, enn hon er í dag. Um vit høvdu bjóða útbúgvingar á master­ stigi, hevði tað givið ein øktan serkunnleika inn­ an økið, sum hevði gjørt tað lættari at tikið tær røttu avgerðirnar fyri vinnuna, samstundis sum hesar útbúgvingar eisini høvdu stimbra innovativa hugsan.

15


MFS

Ráðið. Ovast frá vinstru: Bárður Clementsen, Bjarni K. Petersen, Tummas J. Danielsen, Torstein J. Fríðfinsson, Linda Klein. Niðast frá vinstru: Katrin Fríða Jógvansdóttir, Anne Melchior, Terji Beder, Helena Jørmundsson. Mangla á myndini: Turið J. Johannesen og Elsa Jónsdóttir Johansen.

Ráðið hjá MFS R Helena Fríða Jørmundsson Lesur B.A. í Politikki, umsiting og samskifti, Roskilde Universitet Búsitandi í Keypmannhavn

áðið er ovasti myndugleiki hjá MFS og arbeiðir við yvirskip­aða poli­tikk­in­um. Eisini er ráð­ið hoyr­ ings­partur hjá føroyskum les­andi, tá ið lóggáva verður smíðað, ið nem­ur út­búgv­ ing­ar­økið. Ráðið skipar seg á hvørjum ári á aðalfundi, har allir før­oy­ing­ar undir hægri lestri kunnu luttaka og stilla upp. Ráðið er mannað av 11 limum. Virksemið hjá ráðnum fevnir breitt. Um­framt at vera hoyringspartur, arb­ eiðir ráðið eisini við studentapolitikki í nationalum og internationalum høpi við millum annað blaðútgávu, út­búgv­ ing­ar­messu og sum heild við at betra um lestrarviðurskiftini hjá før­oysk­um les­andi. Arbeiðið hjá ráðnum hevur í lestr­ar­árinum 17/18 millum annað snúð seg um:

›› At arbeiða fyri, at Fróðskaparsetrið fær hægri játtan, so verandi virksemið kann verða varðveitt ›› At øll lesandi undir hægri lestri í Føroyum eisini fáa lestrarstuðul 12. mánaða ›› At lætta um mannagongdina at søkja um upptøku á vallistan til løgtingsval ›› At nýtt stevnumið verður skrivað ›› At fyrireika NOM-ráðstevnu í Føroyum á vári 2019 ›› A skipa útnorðursamstarv við grønlendska lestrarfelagið Iliili og íslendska lestrarfelagið LÍS ›› At hækka fíggjarjáttina til MFS

LIMIR Í RÁÐNUM: Helena Fríða Jørmundsson, Forkvinna  |  Bárður Clementsen, Næstformaður Katrin Fríða Jógvansdóttir, Skrivari | Tummas Danielsen, Kassameistari  |  Bjarni Kárason Petersen, Sosialir miðlar Terji Beder, Altjóða skrivari  |  Torstein Jóhannes Fríðfinsson   |  Turið Jónleyg Johannesen Elsa Jónsdóttir Johansen  |  Linda Klein  |  Anne Melchior Hansen

16


ENTER

Før­oyar

H

óskvøldið tann 23. novembur 2017 skipaði MFS fyri til­tak­in­um „Enter Føroyar“ á Norð­ur­at­lants­ bryggj­uni. Navnið á tiltakinum varð hugs­ að sum eitt aftursvar til hugtakið „Exit Før­oy­ar“, sum tók seg upp fyri nøkrum árum síðan. Tá var trupulleikin, at fólk fluttu av landinum og ikki komu aftur. Hendan gongdin sær út til at vera vend nú, og nú letur tað til at vera gravgangur eftir bústøðum og størvum í Føroyum – serliga í høvuðsstaðarøkinum. Tað vóru fýra framløgur á skránni. Fyrst greiddi Annika Due Jacobsen frá, hvussu hon upplivdi at flyta heim, og hvørjar trupul­leikar hon rendi seg í. Og eftir hetta var tað Annika Olsen, borgarstjóri í Tórs­havnar Kommunu, sum greiddi frá, hvørjar ætlanir kommunan hevur

fyri at lofta búðstaðartrupulleikanum í Tórs­havnar Kommunu. Síðan var eitt umboð fyri Sjálv­ogn­ar­ felagið Kirkjubøvegur, Heirgeir Eldevig, og greiddi frá teirra verkætlan við alterna­ tivum bústaðarætlanum. Til síðst legði Elin Hentze fram, ið er tals­fólk fyri á­huga­ felagið „Búgva“ og sum er sera aktiv í kjak­in­um um fjølbroyttari bú­stað­ar­ møgu­­leikar í Føroyum og trupul­leik­ar í hes­­um sambandi. Eftir framløgunar var kjakfundur. Til kjak­fundin vóru Annika Olsen, borg­ar­ stjóri í Tórshavnar Kommunu, Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri, Hergeir Eldevig fyri Sjálvognarfelagið Kirkju­bø­ veg­ur og Elin Hentze. Anna Poulsen var orðstýrari til tiltakið.

Torstein Jóhannes Fríðfinsson Lesur verkfrøði á DTU Búsitandi í Keypmannahavn

17


MFS

Spesiali­k vøld í Sumpen MIKUKVØLDIÐ 6. DESEMBUR SKIPAÐI HUMLA, Í SAMSTARVI VIÐ MFS, FYRI SPESIALIKVØLDI Í SUMPEN Á OYRASUNDSKOLLEGIINUM. TEMAÐ VAR FÁ FØROYAR INN Í TÍN LESNAÐ, OG Á SKRÁNNI VÓRU FÝRA FRAMLØGUR. ENDAMÁLIÐ VIÐ TILTAKINUM VAR AT FÁA EITT FAKLIGT ÍSKOYTI UMFRAMT AT FÁA INSPIRATIÓN OG GÓÐ RÁÐ TIL, TÁ EIN SKAL Í GONGD VIÐ EINA STØRRI UPPGÁVU.

Katrin Fríða Jógvansdóttir Lesur løgfrøði á Københavns Universiteti Búsitandi í Keypmannahavn

J

ákup E. Petersen helt fyrstu fram­ løgu, sum var um Føroyska arb­ eið­ið í Eliaskirkjuni í ljós­in­u m av sekulari­sering. Síðan greiddi Rógvi Nybo okkum frá um hansara upp­gávu Kandi­daternes kampagner – kan de gøre en forskel? Rógvi hevði gjørt eina kann­ing av valdystinum hjá valevnum til løg­tingsvalið 2015 og hevði greinað, hvør háttur munaði í mun til úrslitið, og hvussu hesin munaði. Eitt nú varð kannað hvørjar sosialar miðlar valevnið hevði nýtt, um valevnið hevði kjakast í

18

KVF, um valevnið hevði skrivað lesarabrøv o.s.fr. Síðan hevði Ingvard Poulsen fram­ løgu um hansara spesiali, ið kallaðist Ung og hoyrn: Ein kanning av hoyrnini hjá ung­um føroyingum og vandar fyri at fáa hoynarskaðar orsakað av hørðum tón­leiki. Ingvard greiddi frá, at nógvar kann­ing­ar eru gjørdar av hoyrnarskaðum á arb­eiðsplássum, og at tað eru settir nakrir standardar fyri, hvussu leingi fólk kunnu vera „útsett“ fyri ávísum larmi. Tó eru spurningar settir við, hvørji árin


Nøkur ráð frá teimum, ið høvdu framløgu: ›› Ver í góðari tíð ›› Set góða tíð av til at savna inn dátu – og set nakrar vikur eyka av til tað, tú metir vera nokk ›› Legg eina ætlan, so tú nær alt ›› Tak notur so hvørt til tað, tú metir vera umráðandi. Tað er skjótt at gloyma nøkur ting, ið seinni kunnu vísa seg at verða týdningarmikil, tá ein situr við so nógvum upplýsingum ›› Ver ikki bangin at spyrja um hjálp. Hetta kann gera stóran mun, tá tað kemur til at lætta um og í mun til endaúrslitið

kunnu standast av hørðum tónleiki – eitt nú av headset-nýtslu. Kanningar eru gjørd­ar í londunum rundan um okkum, og kanningin hjá Ingvardi var hin fyrsta av hesum slagi í Føroyum. Niðurstøðan var, at har eru ávísir vandar, men tað var ringt at siga júst, hvørjar avleiðingarnar eru, tá hetta vanliga ikki merkist fyrr ein er um 40-50 ára aldur. Ta síðstu framløguna høvdu Lív E. Olsen og Poula Lassen, ið skriva um Kommunu­sam­an­legging í Føroyum. Tær vóru ikki lidnar við uppgávuna enn, og hetta var tí ein heldur øðrvísi fram­løga. Tær tos­aðu um, hvat háttalag tær nýttu til at skriva uppgávuna, hvar í prosess­ini tær vóru, og hvørjar ætlanir tær høvdu lagt. Tað serliga við hesari fram­løguni var, at áhoyrarin fekk eitt sindur størri innlit í stressið og tankarnar, ið fylgja við gongdini av uppgávu­skriving­ini. Tær greiddu okkum eisini frá, at tað kann vera eitt tungt arbeiði at finna til­far um føroysk viðurskifti, og at ein noyð­ist at gera nógv grundleggjandi tilfar sjálv­ ur, so sum eitt nú at tosa við fólk, sum hava vitan, ið ongantíð er skrivað nið­ur. Men fólk í Føroyum eru hóast alt sera hjálpsom, og hetta gjørdi tískil til­gongd­ ina eitt sindur lættari.

Tankar, áðrenn ein skal í gongd við høvuðsuppgávuna:

Fyrimunir við at skriva um føroysk viðurskifti:

›› Finn eitt evni tíðliga ›› Kanna hvat tilfar er um evnið ›› Vend tær til viðkomandi fyrisiting ella tílíkt fyri at vita, hvat tey kunnu hjálpa tær við ›› Finn eitt evni, sum er aktuelt ›› Finn eitt evni, tú brennur fyri (ella kann tað gerast tungt) ›› Ynskir tú at skriva einsamallur ella í bólki? ›› Um tú vilt arbeiða í bólki, so er umráðandi, at tú veitst, at tit arbeiða væl saman, og at tit gera avtalur, áðrenn tit fara í gongd, so hetta ikki gerst eitt konfliktpunkt seinni

›› Stórur møguleiki er fyri, at tú ert fyrst at skriva um evnið ›› Lætt er at fáa fatur á teimum røttu fólkunum ›› Tú sleppur at gera samrøður við fólk, ið tú ikki hevði havt møguleika fyri eitt nú í Danmark ›› Uppgávan kann fáa samfelagsligan týdning fyri Føroyaland ›› Tú kanst koma fram til eina niðursøðu, sum „Føroyar“ kunnu brúka til okkurt ›› Tú kanst brúka ta vitanina, tú fært ígjøgnum uppgávuskrivingina til eitt møguligt starv í Føroyum

19


MFS

Frá vinstru: Regin Ejdesgaard, Barbara Gaardlykke Apol (næstforkvinna), Hervør Pálsdóttir (forkvinna), Linda Klein og Gunnhild Persson. Mangla á myndini: Rannvá í Baianstovu, Sára Sondum og Einar Ejdesgaard.

FØROYA­NEVNDIN HJÁ MFS:

Vakthundurin hjá lesandi í Føroyum

F Hervør Pálsdóttir Lesur B.S.Sc. í politikki og umsiting á Fróð­ skap­arsetrinum Búsitandi í Tórshavn

øroyanevndin hevur verið virkin í góð 2 ár. Frá byrjan hevur dent­ur verið lagdur á at betra um lestr­ar­ korini hjá lesandi í Føroyum. Fyrsta árið snúði seg nógv um fysisk tiltøk – sum t.d. um fiskivinnunýskipanina. Hetta nevnd­ ar­árið hevur fokus tó verið ann­ar­leiðis. Sum nevndarárið byrjaði í 2017, gjørd­ ist tað greitt, at støðan á Fróð­skap­ar­ setr­in­um var alt ov álvarslig til, at vit ikki talaðu at. Vit hava gjørt vart við tey ringu kor, ið les­andi í Føroyum liva undir, og hava víst á, hvørjar loysnir kunnu verða við til at betra um viðurskiftini. Í næstum fer Føroyanevndin at skipa

fyri pallborðsfundum um Setrið og øðr­ um tiltøkum, ið varpa ljós á lestr­ar­korini í Føroyum. Tað hevur verið øgiliga umráðandi fyri okk­um í Føroyanevndini at gera vart við tey korini, ið vit eru undir hvønn dag á Setr­in­um. MFS er jú eitt felag, ið um­boð­ar tey føroysku lesandi, og tí hevur tað verið um­ráðandi fyri okkum í Føroyanevnd­ini at halda fingurin á pulsinum og tala at, tá okk­ara lestrarumstøður versna. Vit hava roynt at verið vakthundurin, ið stendur á varð­haldi, tá landsins myndugleikar einki gera fyri at betra um støðuna á Setrin­um.

NEVNDARLIMIR: Hervør Pálsdóttir, forkvinna  |  Barbara Gaardlykke Apol, næstforkvinna Gunnhild Person, skrivari | Rannvá í Baianstovu, kassameistari | Linda Klein, nevndarlimur Regin Ejdisgaard, nevndarlimur | Sára Sondum, nevndarlimur | Einar Ejdisgaard, nevndarlimur

20


KEYPMANNA­ HAVNAR­ NEVNDIN HVØRJI ERU VIT? Keypmannahavnarnevndin hjá MFS er í løtuni mannað av 21 fólkum. Í byrjanini av hvørjum lestrarári er ein aðalfundur, har nýggj nevnd verður skipað. Arbeiðið hjá nevndini snýr seg í høvuðsheitum um at skipa fyri bæði ymiskum og aft­ ur­vendandi tiltøkum umframt at taka sær av vanganum á Instagram.

HVAT GERA VIT? Nevndin skipar fyri áleið trimum ella fýra tiltøkum hvørja árshálvu um evni, sum vit meta vera umráðandi og á­huga­ verd, ella evni, sum vit meta, at ljós átti verið varpað á. Í lestrar­ár­in­um 2017/18 hev­ur nevndin skipað fyri val­hugna í sam­band við fólkaatkvøðuna í Kata­ lonia, tiltaki um bústaðarmøgu­leik­ar í Før­oy­um, ið varð kallað „Enter Føroyar“, kafé við spesialiframløgum í sam­starvi við Humla, og Ræstkjøtaveistluni. Til til­ tøkini, ið vanliga eru í Føroya­hús­in­um, í Sump­en á Oyrasunds­kollegien­um ella á Norð­ur­atlantsbryggjuni, luttaka van­liga 50-120 fólk; og øll eru vælkomin hesi tiltøk. Nevndin hevur eisini lagt ætl­an­ir um at skipa fyri fleiri tiltøkum í lestrar­ár­ in­um, eitt nú flaggdagshaldi, og til ber at finna tiltøkini á Facebook-síðuni hjá MFS. Keypmannahavnarnevndin hevur eis­ ini fleiri spennandi samstørv, har vit eitt nú javnan samskifta við grønlendska lestr­ar­felagið Avalak, har vit geva hvørj­ um øðrum íblástur til, hvussu vit kunnu

arb­eiða fyri at gera lestrarlívið enn betri hjá føroyingum uttanlands. Vit sam­ starva eisini við hini lestrarfeløgini í Keyp­ manna­havn fyri at hjálpa, tá spurn­ing­ar um lestrarviðurskifti stinga seg. Og eis­ini verð­ur samstarvað við lestrarfeløgini um Lestr­ar­gonguna, ið er eitt tiltak, har før­ oysk lesandi hittast og hugna sær.

KOM VIÐ! Um tú ert áhugað/ur at vera við í arb­ eiðnum hjá MFS í Keypmannahavn ella bara at hoyra meir um okkara virksemi, ert tú vælkomin á aðalfund í septembur mánaða. Tíð og stað fyri aðalfundin verða kunngjørd á Facebook-síðu okkara. Til ber at fylgja okkum á Facebook-síð­ uni hjá MFS, og um tú hevur spurningar til okkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á: www.facebook. com/MFStudenta ella mfs@mfs.fo

Katrin Fríða Jógvansdóttir Lesur løgfrøði á Københavns Universiteti Búsitandi í Keypmannahavn

Vit vóna at hitta tykkum skjótt!

LIMIR Í NEVNDINI: Katrin Fríða Jógvansdóttir, forkvinna  |  Elsa Jónsdóttir Johansen, næstforkvinna | Emil Biskopstø, kassameistari Brim Hildardóttir Hoydal, skrivari | Borgný Súsonnudóttir, myndafólk | Hallur Finnbogason Danielsen, miðlafólk Poula Lassen, Instagram | Tummas Janusarson Danielsen  |  Guðrun Durhuus  |  Lív Egilsdóttir Olsen Torstein Johannes Fríðfinsson  |  Vár Egilsdóttir Broca  |  Guðrun Jacobsen  |  Margreta Jógvansdóttir Petersen Turið Jónleyg Johannesen  |  Eirikur Sanderson  |  Kristianna Dal Jákupsdóttir  |  Elin Sofía á Tjaldrafløtti Katrin Mohr  |  Silja Joensen  |  Ragnhild í Haraldsstovu  |  Eva Hjelm Aanesen

21


MFS

FÓLKA­ATKVØÐA Í

KATALONIA

SUNNUDAGIN 1. OKTOBUR 2017 VAR FÓLKAATKVØÐA Í KATALONIA. SPURNINGURIN VAR, UM KATALONIA SKULDI LOYSA FRÁ SPANIA OG GERAST EIN SJÁLVSTØÐUG TJÓÐ.

Katrin Fríða Jógvansdóttir Lesur løgfrøði á Københavns Universiteti Búsitandi í Keypmannahavn

22

U

ndan valinum hevði Spanska stjórn­in kolldømt fólka­at­kvøð­una og lýst hana ólóg­liga. Spanski for­ set­in Mariano Rajoy hótti við at seta hart ímóti hørðum, um stjórn­in í Kata­lonia valdi at fremja fólkaat­kvøð­una. Hetta ræddi tó ikki sjálvstýrisrørsluna, og tað varð hildið áfram sum ætlað. Á valdegnum varð nógvur harðskapur nýtt­ur av sponsku løgregluni fyri at ræða

fólk frá at fara at atkvøða. Fleiri val­støð vórðu afturlatin, og hald lagt á at­kvøðu­ kassarnar. Úrslitið av valinum var, at 90% vóru fyri loysing, men tó høvdu bara 42% ver­ið á val. 27. oktobur lýsti forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, saman við stjórnini loysing, men hetta varð tó strikað av grundlógardómstólinum í Spania. Úrslitið av hesum var, at forsetin


SPANIA

KATALONIA

MADRID

›› Landspartur í Norðurspania. ›› Høvuðsstaður: Barcelona ›› Fólkatal: 7,5 milliónir ›› Móðurmál: Katalanskt ›› Hevur sjálvstýri, ið lutvíst minnir um tað føroyska sjálvstýrið

Tær fortaldu okkum, at sera nógv valstøð vóru lukkaði av sponsku løgregluni, og hald lagt á atkvøðukassarnar, men at júst hesin skúlin hevði eydnast at havt valstaðið opið allan dagin, og at tey fegnaðust um hetta í Katalonia varð settur av, og spanska stjórn­in í Madrid tók yvir leiðsluna. Sam­ stund­is varð val útskrivað í Katalonia til at vera 21. desembur. Tá val so var 21. des­embur fingu loysingarflokkarnir 70 av 135 umboðum í stjórnini í Katalonia, og spennandi verður, hvat fer at henda fram­yvir.

TILTAK HJÁ MFS Í sambandi við fólkaatkvøðuna í Kata­ lonia hevði MFS tiltak í Sumpen á Oyra­ sunds­kolleg­in­um, har vit fylgdu við. Valið varð stroym­að bein­leið­is úr Katalonia, og MFS bjóð­aði kaku, kaffi og øl. Vit prátaðu umvegis telefon við Lisu Nyholm Debess og Rannvá Joensen, ið vóru í Katalonia við Young Scots for Inde­ pendence. Tær høvdu verið vakt á einum skúla, sum varð nýtt­ur sum atkvøðustað, og tær greiddu okk­um frá, hvussu støðan hevði verið, har tær vóru. Tær fortaldu okkum, at sera nógv valstøð vóru lukkaði av sponsku løgregluni, og hald lagt á at­ k­vøðu­kassarnar, men at júst hes­in skúlin hevði eydnast at havt val­stað­ið opið allan dagin, og at tey fegnaðust um hetta. Vit fingu harafturat orðið á Magna Arge, Fólkatingslim fyri Tjóð­­veldi, ið eis­ ini var staddur í Kata­lonia. Hann greiddi okk­um eitt sind­ur frá, hvussu støð­­an hevði verið bæði upp undir valið, og har hann var staddur á valdegnum. Um­framt hetta, fortaldi hann okkum eisini eitt sind­ur um politisku støðuna í Spania, hví Katalonia hevði hesa fólka­at­kvøð­una, og hví støðan var vorðin so hættislig, sum hon var.

Flaggið hjá Katalonia, ið kallast La Senyera.

Ein onnur útgáva av flagginum hjá Katalonia, ið sjálvstøðurørslan nýtir. Hetta flaggið verður eisini kallað La Estelada. Hetta flaggið er at síggja nógvastaðni í Katalonia, eitt nú í Barcelona, og fólk hanga tað í vindeygað ella altanina fyri at vísa, at tey ynskja sjálvræði.

23


MFS

Terji Beder Lesur kandidat í Útbúgvingarvísindi, Århus Universitet

MFS í

millumtjóðasamstarvi

Búsitandi í Keypmannahavn

M

FS hevur síðan 1966 verið limur í einum millumtjóðasam­starvi, ið kallast Nordiskt Ord­för­ande Möte, NOM. Hetta samstarvið er sam­ an­sett av nationalum lestr­ar­feløg­um, sum um­boða øll lesandi á hægri lestri í teim­um norð­ur­lendsku og baltisku lond­unum, og arb­eiðir við út­búgv­ing­ ar­viður­skiftum og út­búgv­ing­ar­politikki í breið­an mun.

›› Bolognaprosessin: ein røð av politiskum avgerðum, sum seta karmarnar fyri víðariútbúgvingum í Europa. ›› UNESCO: Stutt fyri United Nations Educational, Scien­ tific and Cultural Organization. Ein altjóða ST-felags­ skap­ur, sum arbeiðir fyri at menna útbúgving, gransk­ ing og mentan. ›› ENQA: Stutt fyri The European Association for Quality As­sur­ance in Higher Education. Ein paraplyorgani­satión fyri londini innan tað europeiska útbúgvingarøkið, sum arb­eið­ir fyri at fremja góðskutrygging í útbúgving. Øll limalondini í NOM, undan­tik­ ið Før­oy­ar og Grønland, eru limir í the European Students’ Union, ESU. ESU hev­ur ráðgevandi leiklut í polit­isk­um av­gerð­um innan tað europeiska út­búgv­ ing­ar­økið, umvegis arbeiðið í Bologna­ prosess­ini, har ESU eitt nú er javn­sett UNESCO, ENQA o.ø.. Á NOM verða dagsskráir settar, sum stund­um hava beinleiðis ávirkan á arb­ eiðið hjá ESU. Hetta kemst av, at dags­ skrá­in á NOM ofta er lík tí hjá ESU, sum merkir, at tað politiska arbeiði verð­ur við­gjørt við einum norður­lendsk­um/balt­ isk­um konteksti, sum umrøddu lima­ londini taka við sær í viðgerðirnar í ESU. Á hendan hátt hevur MFS møgu­leika at hava ávirkan á tað arbeiði, sum endar á borðinum hjá evropeisku lestr­ar­feløg­un­ um, sum í síðsta enda potentielt kann end­ur­speglast í altjóða út­búgv­ing­ar­

24

leist­um, sum Bologna­prosess­in fram­ set­ir. Hesir leistirnir eru karmar, sum uni­versitet mugu fyri­halda seg til, tá tey innrætta teirra út­búgv­ing­ar og strukt­ur­ ar, fyri at verða al­tjóða góðkend. Tað vil siga, at hetta eru avgerðir, sum eisini teir føroysku læru­stovn­arnir verða merktir av. Hetta merkir, at tað er umvegis NOM, at MFS kann hava størstu ávirkanina á gongdina innan útbúgvingarpolitikk í altjóða høpi. Funktiónin hjá MFS í hesum samanhangi er tí at vera umboðandi fyri føroysk lesandi og føroyskar lærustovnar, har tað gerst møguligt at koma við á­heit­ an­um, sum vit kunnu bera víðari frá okk­ ara lærustovnum og inn í samstarvið, við vón um ávirkan. Hóast MFS hevur verið limur í NOM síðan 1966, hevur hetta samstarvið ikki verið raðfest nóg høgt. Ein orsøk til tað er, at MFS fyrr hevur verið sera avmarkað fíggjarliga, tí at felagið hevur livað av gjaldandi limum í felagnum. Tí hevur MFS heldur lagt orku í at arbeiða við við­ur­skiftum, sum gera seg gald­andi í lokal­samfelagnum, tí tað fíggjarliga snøgt sagt ikki hevur rokkið longri. MFS er tó síðan komið á føroysku fíggjar­lóg­ina, sum hevur gjørt tað møguligt at víðka sítt virksemi, eitt nú við at endur­rað­festa NOM-samstarvið. Manglandi raðfestingin av NOM hevur gjørt, at hini limafeløgini hava saknað eina fráboðan um, hvat MFS ætlar við hesum samstarvinum. Her hevur MFS gjørt greitt, at MFS tekur samstarvið í álvara og fer at raðfesta hetta framyvir. Tað hava vit víst í verki, við at játta okkum at halda NOM-ráðstevnu í Føroyum á heysti 2019, har umboð frá øllum lima­ lond­unum verða bjóðaði til eitt vikuskifti við fyrilestrum og kjaki um útbúgving í einum føroyskum høpi, sum vónandi fer at koma Føroyum til góðar.


MFS Á FERÐ

Á

sumri 2017 vóru allir nevndarog ráðslimirnir hjá MFS á útferð í Koltri. Dagurin byrjaði við, at vit hittust niðri í Vágsbotni, har leiðin síðan gekk út í Koltur við skjóttgangandi báti. Síðan heilsaðu vit uppá bóndan í Koltri og gingu so niðan á fjallið, har vit

hildu ein lítlan fund. Vit endaðu kvøldið í Tórshavn við mati og hugna.   Av tí at MFS hevur nevndir í Føroyum og í Danmark, eru tað ikki øll, ið kenna hvønn annan. Hesin dagurin var tí eitt gott høvi hjá nevndarlimunum í MFS at koma at kenna hvønn annan.

25


MFS

MARK­ LEYS

út­b úgv­ ing 2017 ERU ÚTBÚGVINGAR­ MØGU­LEIKARNIR VERULIGA MARKLEYSIR?

Linda Klein Lesur fíggjarbúskap á Glasir Búsitandi í Tórshavn

26


A

ftur í ár var Markleys Útbúgv­ing (MÚ) á skránni. MÚ er í fyrstu atløgu ein upplýsandi dag­ur fyri tey, ið eru á síðsta ári á mið­náms­skúl­un­ um í Føroyum. Tó eru øll áhugaði eisini vælkomin framvið. Hesin dagurin livir veruliga upp til heit­ ið. Til staðar eru umboð frá nærum øllum hugsandi útbúgvingum í bæði Føroyum og útlandinum. Í ár vóru umboð úr Før­oy­ um, Svøríki, Danmark, Íslandi, Týsklandi, Noreg, Avstralia, Nýsælandi, Póllandi, Stóra Bretlandi, USA og Kina. Nøkur eru komin fyri at vísa á, at skiftis­ lesn­að­ur eisini er ein møguleiki, um ein ikki er tryggur við at velja eina heila út­ búgv­ing uttanfyri kongaríkið. Hesu ferð var eisini nógv gjørt burturúr sabbat­ár­um, háskúlum og íverk­setan­ um. Tað hevur stóran týdning, at ein er klárur, tá ein fer undir víðari lesnað. Eftir lokna miðnámsútbúgving hava nógv tørv á einum sabbatári, so tí valdu vit á ársins MÚ at hava upplýsandi fram­ løg­ur um, hvørjir møguleikar eru á hes­ um øki. MÚ byrjaði við eini felags løtu við fram­ løg­um, talum og kunning um dagin. Eftir hetta var farið út til smáu framløgurnar. Smáu framløgurnar eru settar soleiðis saman, at tað eru 4 framløgur, ið koyra í senn í níggju rundum á 20 min. Hetta verður gjørt, so at øll hava okkurt at fara til og við hesum kunnu skapa fjølbroytni í hugsanini. Um ein hevði tørv á pausu, royndu vit í ár, sum nakað nýtt, at hava filmin „Nørd livet – Dream out loud“ koyrandi í einum fimta høli allan dagin. Ein filmur um at vilja tað, sum ein elskar, nóg nógv – sera hugvekjandi.

Eftir lokna miðnáms­ útbúgving hava nógv tørv á einum sabbatári, so tí valdu vit á ársins MÚ at hava upplýsandi fram­løg­ur um, hvørjir møguleikar eru á hes­um øki MARKLEYS ÚTBÚGVING OG MFS Saman við lestrarvegleiðarum og ASK vilja vit gera okkara til, at øll verða upplýst betur um útbúgvingarmøguleikar. Vit arbeiða hvørt ár fyri at fáa umboð við frá so nógvum londum sum gjørligt, og hetta, halda vit, hevur eydnast okkum væl í ár. Við hesum fáa tey lesandi eina breiðari og meira persónliga mynd av, hvørji ynski tey hava viðvíkjandi lesnaði. Mong eru útbúgvingarstøðini, og er MÚ við til at vísa teimum lesandi eina gongda leið. Tí at fjølbroyttir útbúgvingarmøguleikar geva fjølbroytt fólk við nógvum ymsum førleikum. Vit í MFS tora heilt víst at siga, at MÚ hevur verið ein av leiðandi faktorunum, nú mynstrið at velja útbúgving er broytt, og tað eru fleiri, ið fara útum kongaríkið. Markleysútbúgving verður aftur í sept­ ember 2018, so tá er at leggja leið­ina fram­við, um hetta kennist á­huga­vert fyri teg.

27


MFS

Pisudagar PISUDAGAR ER EIN GYLTUR MØGULEIKI HJÁ TÆR, IÐ FER UTTANLANDS AT LESA, AT KOMA SO VÆL Í GONGD, SUM TIL BER!

2. Katrin Fríða Jógvansdóttir Lesur løgfrøði á Københavns Universiteti Búsitandi í Keypmannahavn

28

og 3. august 2017 vóru Pisu­ dag­ar. Hetta er 10. ár á rað, at MFS, Betri Banki og Al­tjóða Skriv­stov­an skipa fyri Pisudøgum. Og í tí sam­bandi lótu vit vinningar burt­ur í ein­um lutakasti mill­um øll tey, sum vóru møtt upp. Vinn­ing­arn­ir vóru m.a. ein Mac­Book Pro, ein skúla­taska og ein flog­ferða­seðil frá At­lantic Airways. Pisudagar er eitt tiltak, sum er ætl­að teim­um, ið eru ávegis uttanlands í lestrar­ øri­nd­um. Tiltakið hevur til endamáls at veita hjálp við góðum ráðum og kunning um, hvussu tú kanst koma so væl frá byrj­an sum gjørligt. Harafturat er hetta eisini ein møguleiki at møta øðrum, sum eisini skulu undir hægri lesnað, og á tann hátt koma at kenna nýggj fólk. Flestu árini hava framløgur verið við MFS, Betri Banka, ASK, og Før­­oysku Ráð­­

gev­ing­ini í Danmark, har tað eis­ini hev­ ur verið høvi til at seta spurn­ing­­ar. Eftir fram­løgurnar verða luttakar­arn­ir bólk­aðir eftir, hvar teir lesa – eitt nú ymsu býunum í Danmark, Onglandi og Pól­landi. Her geva umboðini frá lestr­ar­støð­un­um so góð ráð og greiða frá, hvat er týdn­ing­ ar­mikið at minnast til. Og her er eisini møguleiki fyri at seta spurningar um eitthvørt ivamál.

KOM VIÐ! Í ár verða pisudagar 1. og 2. august ávika­ vist í Tórshavn ein dag og norðanfyri hin dagin. Tú kanst fylgja við á Facebook ella á heimasíðuni hjá MFS, har tú kanst lesa meira um, nær tiltakið verður, og hvat verður á skránni.


29



Lesandi í Danmark KOM TIL AALBORG! S K U L U F Ø R OY I N G A R H AVA F R A M Í H JÁ R Æ T T TIL LÆKNALIG ÚTBÚGVINGARS ­ TØRV Í FØROYUM

/ 32 / 34

L E S T R A R S TA R V Á C A M E S

/ 38

LESTRARGONGAN 2017

/ 40

L E S T R A R F E L Ø G I N I Í K E Y P M A N N A H AV N

/ 44

FØROYINGAFELAGIÐ Á FYN

/ 51

L E S T R A R S TA R V Í B Y G N I N G S S ­ TYRELSEN

/ 52

FØROYINGAFELAGIÐ Í AALBORG

/ 54

S K A L E G S K I F TA L E S T U R ?

/ 56

– H VAT M E R K I R TA Ð F Y R I M E G ?

/ 58

Í F F Ø R OYA R F ÓT B Ó L T U R

/ 59

M AT U R Á L E S T R A R S T U Ð L I

/ 60

UDDANNELSESLOFTET

31


LESANDI Í DANMARK

KOM TIL

Aalborg! EG HOYRI OFTA SPURNINGIN: „HVÍ FERT TÚ TIL AALBORG AT LESA?“. NÚ SKAL EG FORTELJA TYKKUM HVÍ!

E Maria Souibes Lamhauge Aldur: 23 ár Lestrarland: Danmark – Aalborg Útbúgving: Sociologi, 5. Semestur

32

g eiti Maria, eri 23 ár og eg lesi Sociologi á 5. Semestur á Aalborg Universitet. Tá eg sum 20 ára gom­ul bleiv liðug á Hægri Handilsskúla, stóð eg sum nógv onnur og ikki visti hvat eg nú skuldi finna uppá. Eg sat bæði dag og nátt og las inni á www.ug.dk um útbúgvingar, har eg eisini skuldi hugsa um bústaðarmøguleikar og um miðal­ karakter­urin rakti har eftir. Tað sást, at lættast var bæði at fáa bústað og at­ gongd til eina útbúgving í Aalborg. Tó setti eg meg á ymiskar bíðilistar til bú­ stað bæði í Keypmannahavn og Aal­ borg. Eg fleyg fram í bíðirøðini til eina íbúð í Aalborg, har eg hevði staði í stað í bíðirøðini til ein bústað í Keyp­manna­ havn. Tá ið freistin nærkaðist, at um­ sókn­irnar til universitetini skuldi sendast,

endaði eg við bara at søkja inn á Aalborg Universitet. Í dag eri eg sera glað fyri hesa avgerð. 28. juli fekk eg eini boð frá Aalborg Universi­tet, at eg var komin inn á út­ búgvingina: Sociologi. Ikki var hetta ein løtt avgerð, tá ið eg seint í August saman við familjuni fór umborð á Norrønu við fleiri fullum bil­ um ávegis til Hirtsals og síðani Aalborg. Íbúðin stóð klár, hon var spildurnýggj, sera bílig og umráðið var fantastiskt. Eg føldi meg heima! 1. september hevði eg fyrsta skúladag, og eg minnist hann sum var tað í gjár. Eg var so nervøs, bangin og føldi meg sum eina mús í mun til øll hini – tey sóu so vaksin út. Tankarnir, um eg fór at fáa nakrar vinir, koyrdu runt í høvdinum hjá


Eg havi ofta uppliva, at teir taka mikrofonina fram og siga „ Nu må i alle have en rigitig god dag, og jer der skal i skole – håber i lære en masse i dag“ mær hendan dagin. Tó vóru teir burtur eftir bert 5 min, tí Aalborg Univeristet hevði fyrireika nógv tiltøk hendan dagin, soleiðis at vit kundu læra hvønn ann­an at kenna. Og ikki bara hendan dag­in, tiltøk vóru fyrireikaði til alt semestr­ið. Fyrilestrarnir snakka vit minni um, tí teir vóru eitt sindur verri. Málið var á høg­um støði, og eg hevði tí sera ringt við at fylgja við tað fyrstu tíðina. Eg fekk tí hjálp frá veg­leið­aranum, sum verðuliga ynskti mær tað besta. Við góðari hjálp siti eg nú til fyrilestrar og skilji hvat teir klóku pro­fess­ararnir tosa um. Í dag havi eg fing­ið fantastiskar vinir, og eg læri nógv til fyri­lestranir.

EITT SINDUR UM HVAT SOCIOLOGI ER: Sociologi er so nógv. Ja, tað er faktiskt alt tað, sum er rundan um okkum. Á hesi útbúgving lærir tú alt um bygn­ að­in og menningartilgongdina í sam­ felagnum. Bæði hvussu stovnar og vit sum menniskju eru við til at skapa virði og normar, sum vit dagliga liva við. Til dømis, lærir tú um hvat hendir, tá ið fólk eru saman ella møtast. Tú lærir, at finna mynst­ur, samanhangir, og frágreið­ ing­ar um, hví vit sum menniskju virka/ gera, sum vit gera. Afturat hesum, fært tú breiða metodiska og teoretiska vitan, so­leið­is at tú ert før fyri at greina, hvussu sam­felagið er bygt, og hví samfelagið broyt­ist.

UM AALBORG SUM LESTRARBÝ: Aalborg minnir sera nógv um Føroyar, tá ið hugt verður eftir býnum og fólkinum. Hann er fjór størsti býður í Danmark, men merkist ikki stórur. Bussambandið er sera gott, og belive me tú finnur teir fittastu bussførararnar í Aalborg. Altíð smílandi, blíðir og hjálpsamir. Eg havi ofta uppliva, at teir taka mikrofonina fram og siga „ Nu må i alle have en rigitig god dag, og jer der skal i skole – håber i lære en masse i dag“. Og sjálvandi á ekstremum jyskum málið. Mitt í bynum finnur tú lekkrar handlar, kafe’ir og ikki minst tí vøkru havnina. Um summarið eru tað konsertir niðri í havnini hvørt vikuskifti, har fólk sita á einum teppi og njóta góða veðrið og tónleikin. Og ikki at gloyma tiltiknu náttargøtuna Jomfru Ane gade. Ja, nógv er at siga um hana – hana mugu ØLL uppliva. Ongantíð havi eg verið serliga glað fyri at ganga í skúla. Men fyri at tað ikki skal vera lygn, so elski eg at vera lesandi í Aalborg. Mamma spyr eisini ofta „hvussu ber tað til, at TÚ ert farin at dáma at ganga í skúla?“.

Situr tú í støðuni, at tú ætlar at lesa í Aalborg, so havi eg gjørt tær ein „to do lista”: ›› Set teg á bíðlista fyri at fáa eina íbúð: www.aku-aalborg.dk ›› Søk inn á Aalborg Universitet: www.optagelse.dk ›› Melda teg til fulla skattaskyldu hjá taks ›› Far oman á borgersrvice sum liggur á Rantzausgade 6, 9000 Aalborg ›› Bið um danskt cpr-nr ›› Bið um Nem Id ›› Bið um sjúkrasikringskort og lækna ›› Søk um SU: www.su.dk ›› Søk um „boligstøtte”: www.borger.dk ›› Melda teg inn í eitt fakfelag ›› Via fakfelag bið um trygging ›› Síðani fert tú oman á tí tiltiknu náttargøtuna, og keypir tær eina kalda! Eg ynski tær alt tað besta við lestrarlívin­um!

33


LESANDI Í DANMARK

SKULU FØROYINGAR HAVA FRAMÍHJÁRÆTT TIL LÆKNALIG

útbúgvingar­ størv í Føroyum NÝGGJ KANNING VÍSIR, AT FLESTU NÝÚTBÚNU FØROYSKU LÆKNARNIR FEGNIR VILJA TIL FØROYA AT ARBEIÐA EFTIR LOKNAN LESTUR. MEN HÓAST ÁHUGIN ER STÓRUR ÍMILLUM FØROYINGARNAR, ER TAÐ MEIRI SANNLÍKT, AT TÚ HITTIR EIN DANSKAN LÆKNA, UM TÚ FÆRT TØRV Á HJÁLP FRÁ SKAÐA­ STOV­UNI Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM. MEN HVÍ SLEPPA FØR­ OY­INGARNIR IKKI FRAMAT LÆKNASTØRVUNUM Í FØROYUM?

KLINISKA BASISÚTBÚGVINGIN

Jón Clementsen Lækni Búsitandi í Silkeborg

Fyrsta arbeiðsárið hjá nýútbúnum lækn­ um kallast klinisk basisútbúgving. Hetta er eitt ár, har læknarnir arbeiða undir serl­ig­um treytum, ið tryggja eina góða upp­læring. Tá kliniska basisút­búgv­ing­in er lokin, fær læknin so kravdu løg­gild­ing­ ina. Í samstarvi við danska heilsu­mála­ ráð­ið bjóðar Heilsuverk Føroya lækn­um møgu­leik­an at taka klinisku basis­út­búgv­ ing­ina í Føroyum.

STÓRUR ÁHUGI AT KOMA HEIM Spurnarkanning, ið felagið Læknalesandi í Keypmannahavn stóð fyri í summar, vísir, at 76% av læknalesandi føroyingum ynskja at fara til Føroyar at taka klinisku basis­út­búgvingina. Í løtuni eru 120 før­ oysk læknalesandi undir útbúgving, og væntandi verða tað meira enn 20 før­

34

oy­ing­ar, sum gerast nýútbúnir læknar kom­andi ár.

LUTAKASTIÐ ER EIN FORÐING Í Danmark hevur heilsumálaráðið skipað tað soleiðis, at nýútbúnir læknar skulu velja ímillum útbúgvingarstørv út frá ein­ um lutakasti. Teir læknar, ið eru hepnir í luta­kastinum, velja fyrst, meðan minni hepnu læknarnir velja seinni. Nýútbúnu føroysku læknarnir í Danmark eru í hesi skipan á jøvnum føti við danir. Klinisku basisútbúgvingarnar á sjúkra­ hús­un­um í størru býunum í Danmark eru sera vælumtóktar og verða ofta vald­ar fyrst av læknunum, ið eru hepnir í luta­ kast­inum, meðan minni hepnu lækn­ arn­ir mugu taka til takkar við at velja kliniska basisútbúgving í útjaðaranum í Dan­mark.


Síðan greinin bleiv skrivað, er nýggj skipan samtykt, ið ger at nýútbúnir føroyskir læknar fáa framíhjárætt til KBU í Føroyum. Hendan skipanin byrjar á vári 2019.

Tá læknanir, hóast teir fegnir vildu, ikki hava fingið tilknýtið til før­oyska heilsu­verkið ígjøgnum klinisku basis­út­búgv­ing­ina, so kann tað gerast ser­liga trupult at skrykkja røturnar upp eftir lokna serútbúgving og flyta við allari familj­uni til Føroya.

Í Føroyum eru fimm pláss til klinisku basisútbúgvingina hvørt hálvár, og av tí at nógvir danir ikki hava møguleika at velja ímillum vælumtóktu plássini í størru donsku býunum, so velur ein stórur partur av teimum Føroyar ístaðin fyri útjaðarin í Danmark. Hetta ger, at nýútbúnu føroysku læknarnir, ið velja klinisku basisútbúgvingina í Føroyum fram­um vælumtóktu útbúgvingarnar í størri donsku býunum, skulu vera óvan­ liga hepnir í lutakastinum, um teir skulu hava nakran møguleika at fáa størvini. Skipanin hevur ár eftir ár sýtt føroyskum læknum møguleikan at velja Føroyar.

SERLÆKNAÚTBÚGVING Í ÚTLEGD Føroyska Heilsuverkið hevur tørv á ser­ lækn­um, og í Føroyum ber tað í dag ikki

til at útbúgva seg til serlækna, um ein sær burtur frá sergreinini almen medicin, ið er læran til kommunulækna. Tí skulu før­oysku læknarnir, ið velja aðra ser­grein, eft­ir­útbúgva seg til serlækna í eini 6 ár aft­ur­at, og ein lækna- og ser­lækna­út­ búgv­ing tekur sostatt minst 12 ár at full­føra.

TRUPULT AT KOMA HEIM Nýútbúnu føroysku læknarnir, ið tapa í lutakastinum til klinsku basis­út­búgv­ ing­ina, skulu tí vera í útlegd í minst 12 ár, og hetta økir um sannlíkindini fyri, at læknarnir og teirra familjur verða gróð­ ur­settar eitt annað stað enn í Føroyum. Tá læknanir, hóast teir fegnir vildu, ikki hava fingið tilknýtið til før­oyska heilsu­verkið ígjøgnum klinisku basis­út­

búgv­ing­ina, so kann tað gerast ser­liga trupult at skrykkja røturnar upp eftir lokna serútbúgving og flyta við allari familj­uni til Føroya.

FÁA VIT TEY HEIM EINAFERÐ, KOMA TEY HELST AFTUR SEINNI Um nýútbúnu føroysku læknarnir sleppa til Føroya í kliniska basisútbúgving, so læra teir, hvussu tað er at arbeiða í Før­ oy­um, og tilknýtið til Føroya verður eis­ini styrkt munandi. Hetta kann eisini birta eina vón um at sleppa at flyta heim seinni í lív­in­um, tá ein serlæknaútbúgving utt­ an­lands er lokin. Og møguliga mennist eisini ein ábyrgdarkensla fyri før­oyska heilsu­verk­inum og Føroyum sum heild. Men mest týðandi er kortini, at um før­oysk­ir yngri læknar sleppa at taka klin­isku basisútbúgvingina í Føroyum, so økir tað um møguleikan fyri at fáa læknarnar aftur til Føroya eftir lokna serlæknaútbúgving í øðrum landi.

35


LESANDI Í DANMARK

Harafturat hava grønlendingar, í tøtt­um samstarvi við danskar myndug­leikar, skip­að tað soleiðis, at partar av fleiri ser­lækna­ út­búgvingum kunnu takast í Grøn­landi, og hetta ger aftur eisini, at tey halda fast í sínum dugnaligu læknum

FØROYINGAR BERA HEILSUVERKIÐ Tað er sera sjáldsamt, at ein danskur lækni, ið hevur tikið kliniska basisútbúgving í Føroyum, kemur aftur í fast starv í longri tíð. Donsku læknarnir koma ofta higar fyri at síggja vøkru oyggjarnar og fáa eina náttúruuppliving, men teir skunda sær skjótt heimaftur eftir lokið ár. Tað vísir seg eisini, at tað er sjáldan, at danskir ser­ lækn­ar verða settir í fast starv í Føroyum. Tí er ein tilvildarlig skipan við lutakasti ikki mennandi fyri føroyska heilsuverkið í longdini.

Í GRØNLANDI HAVA GRØNLENDINGAR FRAMÍHJÁRÆTT Í mong ár hevur tað eisini verið møgu­ ligt at tikið klinisku basisútbúgvingina í Grøn­landi, sum er skipað í samráð við Heilsu­stýrið í Danmark. Í Grønlandi er tó einki luta­kast, men ístaðin skulu nýút­ búnu grønlendsku læknarnir søkja bein­ leiðis hjá grønlendsku heilsu­myndug­ leik­un­um, sum nevniliga hava tryggjað grøn­lendskum lækn­um framíhjárætt til klin­isku basis­størvini í Grønlandi.

36

Hetta hevur við sær, at meginparturin av grønlendsku læknunum fara til Grøn­ lands í minst eitt ár í sambandi við klin­ isku basis­út­búgv­ing­ina. Um grønlend­ ing­ar ikki høvdu hendan framíhjárætt og í­stað­in fingu møguleikan frá ein­um til­vild­ar­lig­um lutakasti, eins og skip­anin í Før­oy­um er, so høvdu eisini nógv færri grøn­lend­ing­ar sloppið til Grøn­lands, tí áhug­in hjá dønum fyri grøn­lendsku størv­un­um er eisini sera stórur. Harafturat hava grønlendingar, í tøtt­ um samstarvi við danskar myndug­leikar, skip­að tað soleiðis, at partar av fleiri ser­lækna­út­búgvingum kunnu takast í Grøn­landi, og hetta ger aftur eisini, at tey halda fast í sínum dugnaligu læknum. Alt hetta hevur við sær, at grønlendska heilsu­verk­ið er styrkt munandi við egn­ um serlæknum, ið flest allir venda heim­ aftur til føst størv.

LUTAKASTSKIPANIN ER ONGIN TRYGD Tað hevur verið ført fram, at luta­kasts­ skipanin til klinisku basisútbúgvingina tryggjar, at nóg mikið av læknum koma til Før­oyar, soleiðis at vaktarskipanin altíð hev­ur nóg nógv starvsfólk. Hetta er kort­ ini ikki rætt; tað kann lesast í veg­leið­ ing­ini um klinisku basisútbúgvingina frá danska heilsumálaráðnum: „Et antal kandi­dater har mulighed for at vælge basis­uddannelse på Færøerne, men ing­ en er tvunget til at vælge et forløb på Fær­øerne.“ Sostatt er tað bert dygdin á út­búgv­ing­ini í Føroyum, sum tryggjar, at tað framvegis verður væl umtókt at koma til Føroya.

GEVIÐ FØROYINGUM FRAMÍHJÁRÆTT Slagorðini Vel Føroyar hava verið nógv frammi seinastu árini, og politiski myndug­leik­in eigur tí at arbeiða mið­víst ímóti at tryggja, at nýútbúnir før­oysk­ir lækn­ar fáa framíhjárætt at taka klinisku basis­út­búgv­ing­ina í Føroyum. Grønlendska modellið eigur at vera ein fyrimynd hjá okkum, tí tað er soleiðis vit tryggja okkum, at ungu læknarnir koma heim at royna læknalívið í Føroyum og við vissu eisini kunnu venda heimaftur sum serlæknar í føroyska heilsuverk­in­ um.


FØROYAPRENT

VEITARI AV BÓKUM TIL FØROYA FÓLK Í 140 ÁR Føroya størsta prentsmiðja

Tel. 314555 www.foroyaprent.fo


LESANDI Í DANMARK

LESTRARSTARV Á

CAMES EG EITI GERDA, ERI 23-ÁRA GOMUL OG LESI TIL LÆKNA Á 5. SEMESTRI.

U Gerda F. Heldarskarð Læknalesandi á Københavns Universitet Búsitandi í Keypmannahavn

38

ndir læknaútbúgvingini er van­ ligt at hava lestrarstørv – møgu­ leik­arn­ir eru mangir, og ein hev­ ur góð­an møguleika at fáa praktiskar roynd­ir.

30 øðrum eri eg partur av einum bólki, ið und­ir­vísir læknalesandi í praktiskum skeið­um – hetta fevnir um alt frá lív­bjarg­ andi fyrstuhjálp á 1. semestri til skeið á 12. semestri.

BLEIV UNDIRVÍSARI Á CAMES

FYRIREIKAÐI UNDIRVÍSINGARSKEIÐ UM ORIGAMI-SUMMARFUGLAR TIL STARVSSAMRØÐUNA

Á fyrsta semestri byrjaði eg sum „syge­ pleje­vikar“ – her tekur man eitt skeið í sjúkrarøkt og starvast síðani sum eitt slag av hjálpara hjá sjúkrarrøktarfrøðingum. Eftir at hava starvast sum sygeplejevikar í 1,5 ár fekk eg starv á Ríkissjúkrahúsinum at taka blóðroyndir, og her starvist eg enn. Eg havi altið havt stóran áhuga fyri námsfrøðiligum arbeiði, og hóast mær dámdi væl bæði míni størv, so saknaði eg, at hesin parturin fylti meira. Eg havi altíð vilja roynt at undirvíst, og í juni søkti eg tí um at gerast studentarundirvísari á CAMES. CAMES stendur fyri „Copenhagen Academy of Medical Education and Simu­lation“ og er ein stovnur undir Reg­ ion Hovedstaden, ið stendur fyri gransk­ ing og menning av simulatión og und­ ir­vísing til m.a. læknar, læknalesandi og sjúkra­røkt­ar­frøðingar. Saman við umleið

Áðrenn samtaluna varð eg biðin um at fyri­reika eitt undirvísingar­inn­legg, ið ikki hevði kliniskan relevans. Und­ir sam­røð­ uni skuldi eg so leggja framm fyri fimm fólkum – tveimum undirvísarum og trim­ um leiðarum. Eg valdi at gera origamisummarfuglar og gjørdi nógv burturúr at brúka pædagogiskar snildir. Eftir at hava tosað við aðrar undirvísarar havi eg varhugan av, at tað er sera vanligt at verða biðin um at gera ein slíka framløgu, tá talan er um undirvísingarstørv. Í undirvísingarbólkinum verður man sett­ur í starv, meðan man gongur á bachelor­inum, og so hvørt sum man nær hægri semestur, so verður man upp­ lærdur at undirvísa í fleiri skeiðum. Eg gangi sum sagt á 5. semestri og und­ir­vísi á 1. semestri í lívbjargandi fyrstu­hjálp og


Mítt besta ráð til onnur, man vera – as cheesy as it sounds – at gera tað, man brennir fyri, og luttaka har man held­ur tað vera spennandi

á 7. semestri í skeiðnum „Basale færdig­ heder“ – her skulu tey les­andi læra at leggja dropp, seyma og leggja bløru­ katetur, sum alt fyrigongur á dukk­um, ið eru gjørdar til endamálið. Hetta er eitt sera stuttligt og menn­ andi starv; hvør flokkur er ymiskur, og hetta setur stór krøv til tínar pædagog­ isk­ar før­leik­ar, sum man tísskil mennir hvørja­ferð, man undirvísir. Harumframt dámar mær væl, at man so við og við ger seg skikk­að­an til nýggj skeið, soleiðis at eisini arb­eiðs­upp­gávurnar mennast við tíðini.

Tað hevur minst líka nógv at siga, at man persónligt passar inn í tann eksi­ster­ andi bólkin og hevur nakað at bjóða felagsskapinum

VÍS AT TÚ VILT TAÐ! Eg vil heilt sikkurt viðmæla øðrum at søkja undirvísarastørv; tó eru hesi ofta høgt í metum, og tí kann kappingin um at fáa størvini vera hørð. Sjálv gjørdi eg meg skikkaðan við at hava breið­ar náms­ frøðiligar royndir – m.a. sum lektiu­hjálpari bæði í Hoydølum og Dan­mark, umframt at hava verið á ymsum pæda­gogiskum skeiðum. Mítt besta ráð til onnur, man vera – as cheesy as it sounds – at gera tað, man brennir fyri, og luttaka har man held­ ur tað vera spennandi. Á hendan hátt

byggir man, uttan at hugsa um tað, eitt CV, ið endurspeglar ein sum persón og har­við kvalificerar teg til tey røttu størvini fyri teg. Eitt annað, ið er umráðandi at hava í huga, er, at tað ikki bara eru fak­ lig­ir førleikar, ið verða mettir til eina sam­røðu. Tað hevur minst líka nógv at siga, at man persónligt passar inn í tann eksi­ster­andi bólkin og hevur nakað at bjóða felagsskapinum. Og tað sum er alla­rmest umráðandi: Vís at tú vilt tað, og tor at standa við tíni evnir!

39


LESANDI Í DANMARK

Katrin Fríða Jógvansdóttir Lesur løgfrøði á Københavns Universiteti Búsitandi í Keypmannahavn

40

ftur í ár skipaðu føroysku lestr­ar­ feløg­ini í Keyp­manna­havn fyri lestrargonguni, sum var hin 29. septembur. Enda­mál­ið við lestr­ar­ gong­uni er at savna før­oysk lesandi og at stimbra um lestr­ar­um­hvørvið við at skapa tætt­ari tilk­nýti mill­um tey lesandi bæði í teim­um ein­støku lestrarfeløgunum og tvørt­­ur um útbúgvingar. Hetta tiltakið er við til at geva teimum nýggju lesandi eina góða byrjan á lestrarlívið, eins og tað er ein góður møguleiki til at fáa íblástur til nýggj lestrarfeløg. Tiltakið byrjaði í Føroyahúsinum, har Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, helt

eina røðu, og síðan setti MFS tiltakið. Eftir hetta var møguleiki fyri at tekna sær ein vanga hjá Sveiggj og at fáa kunn­ ing um ymisk viðurskifti og eitt prát við Betri Banka, Ráðgevingina og Tórs­ havn­ar Kommunu. Eisini spældu Eyði og Marianna Højsted Horsdal nøkur løg, og Betri bjóðaði ein bita. Og harafturat var í ár lutakast um heili 5 gávubrøv frá Atlantic Airways og ein hátalara frá Betri. Síðan varð farið undir at bólka tey les­ andi eftir lestrarfeløgum og út­búgv­ing­ um, og hareftir fylgdust bólkarnir úr barr í barr í hjartanum á Keypmannahavn. Teir tíggju bólkarnir hittust á skift á teimum


LESTRARGONGA -U -UR KV1 Tað at lesandi ganga úr skeinkistaði í skeinkistað (t.d.) í fyllskapi), „ganga lestrargongd“; „hann fann sær nógvar nýggjar vinir á lestrargongu“.

41


LESANDI Í DANMARK

#lestrargongan2017

vinnari

fimm barrunum, og tá ið allar barrirnar vóru vitjaðar, so helt lestrargongan áfram í Føroyahúsinum, har tað bleiv endað við eini rimmar veitslu, har Páll Finnur Páll spældu.

#LESTRARGONGAN2017 Hesaferð høvdu vit eina kapp­ i ng á insta­­gram, har fólk við at leggja mynd­­­ir út av kvøldinum og við­merkja #Lestrargongan2017 kundu vera við í kapp­ing­ini um at vinna eitt árskort til Tivoli. Um tú fert á instagram og skrivar #lestrargongan2017, finnur tú tísskil nógv­ar stuttligar myndir, sum fólk hava lagt út.

LESTRARGONGAN 2018 Atgongumerkini til lestrargonguna 2017 vórðu útseld 4 vikur áðrenn tiltakið; so um tú ætlar tær við til lestrargonguna 2018, so er at fylgja væl við á facebooksíðuni hjá MFS ella lestrarfeløgunum, so tú kanst ogna tær eitt atgongumerki í góðari tíð. Vit vænta aftur góða undirtøku og eina rimmar veitslu næstu ferð.

42


43


LESANDI Í DANMARK

FÚL LESTRARFELØGINI Í KEYPMANNAHAVN

FØROYSKIR ÚTISETAR Á LØGFRØÐI FÚL ER FELAGIÐ FYRI FØROYSKAR ÚTISETAR Á LØGFRØÐI. FORMLIGA EITUR FELAGIÐ FJL (FØROYSK JURALESANDI), MEN TAÐ VERÐUR NEVNT FÚL Í VANLIGARI TALU. Í FELAGNUM LEGGJA VIT STÓRAN DENT Á TAÐ SOSIALA SAMANHALDIÐ OG LØGFRØÐINA.

F

ÚL skipar fyri fleiri til­ t øk­ um gjøgnum árið – m.a. fimmar­um, summ­ar­grill, virikisvitjanum og jóla­frokosti. Til øll okkara tiltøk dyrka vit løg­frøð­ina; summar tíðir meira til gam­ an enn álvara. Á hvørjum sumri hava vit summ­ar­grill, har vit tveita paragraff-pyls­ ur á grillina og testa parat-vitanina við eini løgfrøði-quiz. Vit hava sjálvandi eis­ini jóla­frokost, har vit nýta høvið at hugna okk­um, áðrenn nøsin verður begrav­að í bók­um til vetrarroyndirnar. Vit leggja stóran dent á lesnaðin, og hetta á ymiskan hátt. Vit í FÚL vita, at tann nógvi og tungi lesnaðurin kann ger­ ast stress­andi, og tí skipa vit fyri tiltøkum, ið hava til endamáls at lætta um stressið. T.d. hava vit havt yoga móti royndarstress, og eisini hava vit eina mentorskipan. Øll okkara tiltøk eru sjálvandi ókeypis. Á ta álvarsomu síðuni hittast vit javnan til virkisvitjanir. Her fera vit út á virkir, sum á ein ella annan hátt arbeiða við løgfrøðini. Vit hava bæði verið á privatum og almennum stovnum. Á virkisvitjanum hoyra vit um arbeiðsdagin hjá einum, sum arbeiðir við løgfrøðini – tað kann

44

Myndin tikin tá FÚL var á námsferð í Moskva um várið 2017.

vera alt frá dómarum til løgfrøðingar á fiskimálaráðnum og frá tinglimum á Christianshavn til løgfrøðing í einum banka. Við árligari virkisvitjan uttanlands vilja vit eisini vísa á, hvussu ein cand.jur út­ búgv­ing kann nýtast í internationalum sam­an­hangi. Seinastu tvey árini hava vit ver­ið í bæði Brússel og Moskva. Í Brússel vitjaðu vit EU-parlamentið og før­oysku sendikvinnuna, Kate Sanderson. Og vit vóru sjálvandi eisini á einum ølbryggjariíið og á nøkrum lokalum túr­um.

Virkis­vitj­an­in í Moskva varð gjørd í fjør, har vit vitj­aðu sendistovuna og sendiharran har, Bjørn Kunoy. Vit hoyrdu um russiska søgu frá eini guide, meðan vit sóu Kreml og Reyða Torgið. Og um kvøldið fóru vit til russiska ballett. Til síðst vilja vit nevna Lestrargonguna, ið er eitt tiltak, sum øll lestrarfeløgini í Keypmannahavn skipa fyri; og sjálvandi er FÚL eisini við her. Lestrargongan liggur altíð fyrst í lestrarárinum, og tí er hetta ein upplagdur møguleiki hjá smølfaFÚL’arum at hitta aðrar veteran-FÚL’arar.


HUML A LESTRARFELØGINI Í KEYPMANNAHAVN

FØROYSK HUMANIORALESANDI Á AMAGER

HUMLA ER LESTRARFELAGIÐ FYRI FØROYSK HUGVÍSINDALESANDI Á KØBENHAVNS UNIVERSITETI. FELAGIÐ VARÐ STOVNAÐ Í MARS 2014 VIÐ TÍ FYRI EYGA AT SAVNA FØROYSK HUGVÍSINDALESANDI – BÆÐI FAKLIGA OG FESTLIGA. Í HUMLA VARPA VIT LJÓS Á VIÐKOMANDI SPURNINGAR OG EVNI, OG EISINI KUNNU NÝGGJ LESANDI FÁA ÍBLÁSTUR OG VEGLEIÐING FRÁ ELDRI LESANDI.

L

estrarárið 2016/2017 hevur verið eitt hendingaríkt ár, har tað hev­ur verið skipað fyri kunnandi kvøld­ um, spurnarkappingum og øðrum til­ tøk­um, har limir felagsins eru komnir sam­an til eitt gott og hugnaligt prát. Harafturat skipa vit eisini hvørt ár fyri fak­lig­um tiltøkum umframt at hava summ­ar­veitslu og jólaborðhald. Seinasta fakliga tiltakið, vit høvdu, var eitt spesiali­kvøld, sum HUMLA stóð fyri sam­an við MFS. Evnið var Fá Føroyar inn í tín lesnað. Har komu fýra lesandi at

greiða frá sínum ritgerðum eins og teim­ um praktisku viðurskiftunum í sambandi við at skriva eina ritgerð. Næsta ár kunnu limirnir serliga gleða seg til væleydnaða tiltakið, Lestrar­gong­ an, sum verður hildið saman við hinum lestr­ar­feløg­unum í Keypmannahavn. Har kunnu lesandi nevniliga hitta bæði tey, sum eisini lesa innan teirra øki, eins og nógv onnur lesandi í Keypmannahavn. Um­framt hetta fara vit í vár at skipa fyri eini útferð, og vit fara eisini at byrja eina regluliga hósdagsbarr á Søndre Campus.

Hevur tú hug at vita meira um ella vera við í HUMLA, so kanst tú lesa meira her: Facebook síða: HUMLA: https://www.facebook.com/ humlafo/?fref=ts Facebook bólkur: HUMLA – Føroysk Humanoiralesandi á Amager: https://www.facebook.com/ groups/1413308305557172

45


LESANDI Í DANMARK

L ÍK LESTRARFELØGINI Í KEYPMANNAHAVN

LÆKNALESANDI Í KEYPMANNAHAVN LÍK ER FELAGIÐ FYRI FØROYSK LÆKNALESANDI Í KEYPMANNAHAVN. FELAGIÐ VARÐ STOVNAÐ Í 2005 OG ER VAKSIÐ NÓGV SEINASTU ÁRINI. Í LØTUNI ERU VIT 56 LÆKNALESANDI Í FELAGNUM, SUM ØLL ERU DEILD YVIR TÆR 12 LESTRARHÁLVURNAR, SUM ÚTBÚGVINGIN FEVNIR UM.

E

ndamálið hjá LÍK er at styrkja sam­a n­h aldið millum før­oysk lækna­lesandi og at fáa betri sam­band við føroysk læknalesandi og lækn­ar í øðrum býum og londum. Vit vilja gjarna skapa góðar lestrarumstøður fyri læknalesandi, so at vit fáa eina so góða lestrartíð sum gjørligt.

KOM VIÐ! Vit hittast umleið 6 ferðir árliga. Í byrj­an­ ini á hvørjari lestrarhálvu er ein kafé-túr­ur, har vit møtast og bjóða nýggjum lækna­ les­andi vælkomnum. Og skipað verður ann­ars fyri bæði vár- og heyst-tiltaki, har lesandi verða samansjóða við ymiskum fakligum og sosialum tiltøkum – seinasta tiltak var t.d. ein fyrilestur um at liva við sál­ar­sjúkuni bipolar. Á jólum verður eis­ ini hvørt ár skipað fyri jólaborðhaldi á Oyrasundskollegiinum, har undirtøkan plagar at vera sera góð. Og hvørt summar hittast øll føroysk læknalesandi til ein fund við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, har vit viðgera ymisk evni. Eftir fundin í ár gingu vit ein túr til Kirkjubø, og eftir tað var matur og veitsla á skránni. Tá er eisini sera góður møguleiki at læra tey,

46

ið lesa aðrastaðni enn í Keypmannahavn, at kenna.

ARBEIÐI Í LØTUNI Í løtuni verður arbeitt við at betra um møguleikan at fáa starvsvenjingarpláss í Føroyum bæði undir lesnaðinum og eftir lesnaðin. Serliga verður nógv gjørt fyri, at føroysk læknalesandi kunnu fáa framíhjárætt til KBU (Klinisk Basis Ud­

dann­else) í Føroyum. Vit hava gjørt ym­ isk­ar spurnarkanningar millum føro­ysk læknalesandi, og eisini royna vit at økja um møguleikarnar hjá lækna­lesandi at vera við í føroyskum gransk­ing­ar­verk­ ætl­an­um. Um tú umhugsar at lesa til lækna, ert tú vækomin at seta teg í samband við okkum á telduposti: nevndin.lik@gmail.com


SÁL LESTRARFELØGINI Í KEYPMANNAHAVN

FØROYSK SÁLARFRØÐILESANDI

S

ÁL er lestrarfelagið hjá før­oysk­um sál­ar­ frøðilesandi kring all­an knøtt­in. Høvuðs­ enda­málini hjá felagn­um eru at stimbra samskiftið mill­um før­oysk sál­ar­frøði­les­andi og at styrkja til­knýt­ið millum føroysk sálar­frøði­ les­­andi og Før­oy­ar. Fyri at røkka hesum enda­ mál­um skip­ar felagið fyri sosialum og fak­lig­um til­tøk­um í Danmark og í Før­oy­um, soleiðis at sál­ar­frøðilesandi fáa møgu­leika at hittast og hoyra á­huga­verd­ar, sál­ar­frøði­lig­ar framløgur. Har­aft­ur­at veitir felag­ið hjálp til at finna prak­tikk­

pláss í Før­oy­um, og so hevur felagið eisini eina men­tor­skip­an. Mentorskipanin veit­ir sam­band millum núverandi og kom­andi sál­ar­frøð­ingar, og hetta gevir tí teim­um les­andi møguleikan at fáa ráðgeving til eitt nú fak, uppgávur ella starvs­roynd­ir frá einum útbúnum sálarfrøðingi.   Um tú ynskir at koma í samband við SÁL ber til at finna okkum á Facebook undir heitinum „SÁL – Føroysk Sál­ar­frøði­les­andi“. Vit hava eina almenna síðu fyri øll áhugaði og ein privatan bólk fyri øll sálarfrøðilesandi.

47


LESANDI Í DANMARK

LESTRARFELØGINI Í KEYPMANNAHAVN

Samvinnan FØROYSK LESANDI Á COPENHAGEN BUSINESS SCHOOL

S

amvinnan er áhugafelagið hjá teim­um føroysku lesandi á Copen­ hagen Business School og hev­ur virkað síðan 2007. Saman virka vit fyri at savna og samansjóða føroysk les­andi á CBS, soleiðis at vit sum ein eind kunnu skapa tættari tilknýti til føroyska vinnu­ lívið og onnur áhugafeløg. Og sam­stund­ is gevur áhugafelagið okkum les­andi eitt felags andlit úteftir, sum ger okk­um lættari at finna, tá ið tørvur er á okk­ um. Her verður hugsað um t.d. sam­starv um uppgávuskriving, arbeiði í summ­ar­ frítíðini ella arbeiði eftir loknan lesnað.

48

Samvinnan skipar javnan fyri ymisk­um til­tøk­um, sum bæði hava til endamáls at sam­an­sjóða og geva eitt frøðiligt ískoyti til lut­tak­ar­arnar. Av fakligum tiltøk­um hava vit m.a. kjakfundir, virkis­vitj­an­ir og smá skeið innanfyri viðkomandi øki. Fyri at ríka um sosiala umhvørvið skipa vit eisini fyri øðrum tiltøkum uttanfyri skúlan, m.a. grilldegi og ársveitslu, sum miða eftir at menna framtíðar fakliga net­verk­ið hjá teimum lesandi og sam­ stund­is at styrkja um kensluna av felagsskapi í lestr­ar­lívinum.   „Kaffe latte við einum skoti av vanilju­

siroppi og døgurðasteðg á Joe and the Juice í Frederiksbergsentrinum. Og so ikki at gloyma fríggjadagsbarrina Nexus!“ So­leið­is lýsti lestrarfelagið SjÚK ger­and­ is­dagin sum lesandi á CBS í for­dóms­ stafett­ini millum lestrarfeløgini herfyri. Um tú hevur áhuga í at vita meira, hevur spurningar um eitthvørt, ella um hetta er nakað fyri teg, so hoyra vit fegin frá tær. Tú kanst finna okkum á: www.samvinnan.com www.facebook.com/samvinna


LESTRARFELØGINI Í KEYPMANNAHAVN

SjÚK SJÚKRARØKTARFRØÐILESANDI ÚTISETAR Í KEYPMANNAHAVN

LESTRARFELAGIÐ SJÚK, SJÚKRA­RØKTAR­FRØÐI­ LESANDI ÚTISETAR Í KEYPMANNAHAVN, ER EITT LESTRARFELAG, IÐ VARÐ STOVNAÐ Í 2016 OG TELUR 60 LIMIR.

S

tigtakarin til felagið var Gunn Vang Poulsen, ið er sjúkra­røkta­frøði­les­ andi á UC Diakonissestiftelsen á Frederiks­berg. Endamálið við lestr­ar­ felagn­um er at samansjóða tey mongu sjúkra­r økt­a r­f røði­l es­a ndi tvørtur um skúl­ar og semestur við tí fyri eyga at ríka um lestrarlívið á bæði sosi­al­um og faklig­um støði. Tað er umráðandi at knýta vinabond og gerast ein partur av tí danska samfelagnum, men tó kann tað eis­ini kennast sum eitt frírúm at kunna savn­ast saman við øðrum føroyskum les­andi. Tað er gagnligt at hava onnur, ið hava valt somu lestrarleið sum ein sjálv­ur, at tosa við um eitthvørt, ið kann fylla í gerandisdegnum sum lesandi. Eis­ini er tað í lestrarfelagnum upp­lagt at fáa góð ráð í mun til lesnað, upp­gáv­ur og ikki minst til próvtøkur.   Ein stórur fyrimunur við at vera ein part­ur av einum lestrarfelagi er, at ein lætt­liga knýtur nýggj vinabond og lærir onn­ur at kenna, ið væntandi verða tínir fram­tíðar starvsfelagir. Lestr­ar­fel­ag­ ið SjÚK skipar nevnliga hvønn mán­að fyri fríggjadagskafé, har sjúkra­røkt­ar­ frøði­lesandi møtast til hugna og prát, har tað ikki ætlað, at løtan noyðist at snúgva seg um fakligt innihald, men hon skal heldur virka sum ein fríløta eftir skúlatíð ella klinikk. Eisini verður skip­að

fyri árligum tiltøkum, sosum summ­ar­ veistlu og jólafrokosti, og javnan gjøgn­ um árið verður eisini skipað fyri ella lýst við ymiskum tiltøkum, skeiðum ella fyri­ lestr­um, ið hevur fakligan týdning.   Hevur ein spurningar ella áhuga fyri at vita meira um SjÚK sum lestrar­felag, so er møgu­leiki at fylgja við á okkara facebook síðu, SjÚK – Sjúkrarrøktarfrøðilesandi Úti­ setar í Keypmannahavn, ella fylgja við á okk­ara Instagram-vanga, sjuk.kbh, har les­andi í Keypmannahavn lýsa teirra lestr­ar­lív í myndum.

NEVNDIN: Forkvinna: Gunn Vang Poulsen Næstforkvinna: Julia Mortensen Skrivari: Lena Weihe Kassameistari: Silja Højgaard og Lina Hamrá Grækarisdóttir Sosialu miðlar: Sirið Jóhannesdóttir Magnussen, Kristina Dahl Andreassen og Oddvør Dahl Lauritsen E-mail: sjuk.mail@gmail.com

49


LESANDI Í DANMARK

VÁS LESTRARFELØGINI Í KEYPMANNAHAVN

VERKFRØÐILESANDI Á SLÆTTANUM

Lestrargongan 2017

VÁS ER LESTRARFELAG FYRI FØROYSKAR ÚTISETAR, IÐ LESA VERKFRØÐI. FELAGIÐ HEVUR HEIMSTAÐ Á DTU Í LYNGBY OG Í BALLERUP NÆRHENDIS KEYPMANNAHAVN.

V

ÁS var fyrstu ferð stovnað í 1990-ár­un­um og fekst við at skipa fyri sosialum og fakligum til­tøk­um á DTU í Lyngby til gagns fyri verk­frøði­les­andi. Stig er tikið til at end­ ur­stovna felagið fyrst í 2018.   Tað eru í dag gott og væl 130 verk­ frøði­les­andi, ið lesa 15 ymiskar verk­frøði­ grein­ar.

50

VÁS skipar fyri tveimum veitsl­um um ár­ið. Tann fyrra er um summar­ið, og tann seinna er ein jólaveitsla. Hetta er ein góð­ ur møguleiki at koma at kenna onn­ur, sum lesa verkfrøði innan tær ymisku greinarnar.   So um tú lesur verkfrøði í Keyp­manna­ havn, so er bara at koma við í lestr­ar­ felagið VÁS.


FØROYINGA­ FELAGIÐ Á FYN

Páll av Kák, Sára Tummassardóttur, Jákup Olaf Jacobsen, Hanna Müller, Durita Johansen, Joan Ziskason og Rani Lagfoss.

ODENSE ER EIN FJØLBROYTTUR BÝUR Í VØKSTRI, OG HAR ERU NÓGV TILBOÐ TIL LESANDI. TAÐ ER LÆTT AT FINNA RUNT Í BÝN­ UM, OG SÚKKLUBREYT ER STÓRT SÆÐ ALLA­STAÐNI. ODENSE KOMMUNA HEVUR „TAG-OVER-HOVEDET GARANTI“, IÐ TRYGGJAR NÝGGJUM LESANDI, IÐ IKKI HAVA FUNN­IÐ EIN BÚ­STAÐ ÁÐRENN LESTRARBYRJAN, EITT FYRIBILS STAÐ AT BÚGVA Í.

F

øroyingafelagið á Fyn roynir at fevna breitt og at náa allar ald­ urs­bólkar. Hetta verður gjørt við ym­isk­um tiltøkum árið runt. Eitt nú skip­ar felagið fyri mána­dags­døg­urða, ið er ein felagsdøgurði, sum verður hild­ in eina ferð um mánaðin. Dentur verð­ ur lagd­ur á at borðreiða við før­oysk­­um døgurða­mati fyri at savna føroy­ing­ar um ta før­oysku matmentanina. Eis­ini hev­ur felag­ið seinasta árið skipað fyri pub-quiz kvøld­um, ið hava verið sera væl um­tikin. Møgu­leiki er fyri at fáa kunn­ing um kom­ andi tiltøk við at fylgja facebook-vang­an­ um hjá Føroyingafelagnum á Fyn. Føroyingafelagið á Fyn hevur eis­ini ein kapp­róðr­ar­bát, Sleipnir, ið lut­tek­

ur á kapp­róðrar­stevnum í Dan­mark. Mann­ing­in er í dag samansett av ný­ byrj­ar­um eins og royndum rógv­ar­um. Um ein hevur áhuga í at rógva, so er bara at venda sær til Føroyinga­felag­ ið. Har­um­framt hevur Føroyingafelagið eis­ini dansi­felagið Miðgarðsormurin, har fólk hittast aðru hvørja viku fyri at dansa før­oysk­an dans. Miðgarðsormurin verð­ur eitt nú umbiðin at kvøða til ymisk til­tøk runt á Fyn. Føroyingafelagið á Fyn húsast í Norð­ ur­at­lantshúsinum saman við tí íslendska og tveimum grønlendskum feløgum. Norð­ur­atlants­kórið, ið er samansett av sang­arum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Danmark, roynd sum minni roynd, er

eis­ini ein partur av Norð­ur­atlants­hús­ in­um. Í Norð­ur­at­lants­hús­in­um verður skip­að fyri ymiskum mentanarligum til­ tøkum. Ígjøgnum árini hava fleiri lesandi eisini havt lestrarstarv í húsinum. Í Norðuratlantshúsinum er mill­um ann­að eisini vinnugrunnurin Er­hvervs­ klub, og í ár lat grunnurin á fyrsta sinni Nord­atlantisk Erhvervsklub legat til tvey les­andi. Í heyst verður Nordatlantisk Er­ hvervs­klub­legatið aftur latið til les­andi úr teim­um trimum norðuratlant­isku lond­un­um. Haldið tísskil eyga við heima­ síðuni og facebook-síðuni hjá Det Nord­ atlantiske Hus eins og Før­oy­inga­felagn­ um á Fyn fyri at síggja um­sókn­ar­freist­ina. At enda kann nevnast, at Før­oy­inga­ felag­ið á Fyn og MFS hava gjørt avtalu um samstarv, og um at MFS skal koma á vitjan í Odense komandi ár.   Vitja Føroyingafelagið á Fyn á www. fyn.fo, dáma okkum á facebook http:// www.facebook.com/fyn.fo og fylg okk­ um á Instagram @fyn.fo. Um tú hevur spurn­ing­ar kanst tú seta teg í samband við nevnd­ina á telduposti felagid@fyn.fo.

51


LESANDI Í DANMARK

LESTRARSTARV Í

Bygnings­ styrelsen LESTRARSTARV Á EINUM STÓRUM ARBEIÐSPLÁSSI

E Dagmar Malena Winther Lesur listasøgu á Københavns Universitet Búsitandi í Keypmannahavn

g valdi at søkja lestrarstarv í lista­ toym­in­um í Bygn­ings­styr­el­sen, tí eg fegin vildi fáa nakrar arb­ eiðs­royndir at stuðla uppundir lesn­að­ in­um. Bygningsstyrelsen liggur undir Transport-, Bygnings- og Boligministeriet og hevur til uppgávu at veita høli til statin – tað vil siga m.a. universitet, løgreglu, dóm­stólar og almenna fyrisiting í Dan­ mark og eisini í Føroyum – við at byggja, umbyggja og leiga bygningar út. Tað var eitt stórt lop at fara frá lestr­ ar­størv­um á smærri arbeiðs­pláss­um til at byrja í Bygningsstyrelsen, har eini 250 fólk starvast, og har tað finst ein heil deild til hvørt arbeiðs­øki. Eg skuldi til tvær setanarsamrøður og eisini PET-góð­ kenn­ast, tí ein av arb­eiðs­upp­gáv­un­um er nevni­liga at vitja løgreglustøðir og onnur støð, ið hava nógv trygdarkrøv.

SKRÁSETI LISTINA Í 1300 BYGNINGUM Bygningsstyrelsen byggir og umbyggir í løtuni fyri 16 mia. kr., og 1,5% av hesum byggiútreiðslum verður sett av til list til bygningar í størri byggimálum. Tað snýr seg sjáldan um málningar at hanga á veggin, harafturímóti snýr tað seg um list, sum verður sameind við bygningin. Listafólkið kann til dømis gera eitt gólv, eina fasadu ella ljós til ein bygning.

52

Mynd av einum listaprosjekti til Copenhagen Plant Science Centre á KU. Eitt listafólk hevur her havt til uppgávu at gera eitt terazzogólv við hvítum marmor til nýggja bygningin:

Mín høvuðsuppgáva er at skráseta list­ ina í teimum 1300 bygningunum og 200 ognunum hjá Bygningsstyrelsen; og tað havi eg fingið tvey ár til. Tað er ikki altíð heilt lætt at finna fram til, hvar listin er, hvør listafólkið er osv., so onkuntíð skal eitt sindur av detektivarbeiði til. Eg ferðist m.a. runt í Danmark og vitji bygningar, taki myndir av listini, máti listina og kanni hvørjum standi listin er í. Á kontórinum


Virði í einum slíkum lestrarstarvi er fyri meg, at man kemur í samband við fólk, sum man kann læra nógv av, um­framt at man lærir fyrisitingarligar manna­gongdir og slíkt, sum man ikki lærir í skúlan­um royni eg so at finna upplýsingar fram um listina, og so skráseti eg hana eisini. Tá bygningarnir verða sýndir, so fái eg eisini myndir sendandi, tá ráðgevarnir eru komnir fram á onkra list. Tá kanni eg so ognarviðurskifti og hvørja list talan er um, áðrenn hon verður skrásett. Eisini kanni eg bygningar fyri list, áðrenn teir verða seldir. Ein onnur stuttlig uppgáva er at vera skriv­ari hjá listabólkinum fyri nýggja Mærsk Tornið í Keypmannahavn. Í bólk­ in­um eru fólk við miklari vitan og ávirkan, og tað hevur verið sera læruríkt at fylgja ein­um stórum listaprosjekti so tætt – frá

Nýggja Mærsk Tornið, sum listafólk í næstum fara at prýða.

orð­ing av listastrategi, innbjóðing av lista­ fólk­um til kapping, framløgur av skitsum og fram til endaligu avgerðina um, hvørji lista­fólk skulu prýða nýggja bygningin. Henda tilgongdin hevur tikið áleið eitt ár, og nú fara listafólkini skjótt í holt við at prýða bygningin. Næsta uppgávan hjá mær verður at seta tvey listaprosjekt í gongd í tveim­um bygningum í sambandi við um­bygg­ing­ ar. Fyrst skulu vit møtast við kundanum á staðn­um, har vit so skulu finna tey rúm­ ini, sum nógv fólk fara at vera í, soleiðis at flest fólk møguligt kunnu fáa gagn av list­ ini. Í samráð við kundan og onnur finna vit so eitt hóskandi listafólk, og síðani skal eg syrgja fyri, at listaprýðingin verður til veruleika innanfyri ásettu rammurnar.

LÆRIR SLÍKT, SUM MAN IKKI LÆRIR Í SKÚLANUM Virðið í einum slíkum lestrarstarvi er fyri meg, at man kemur í samband við fólk,

sum man kann læra nógv av, um­framt at man lærir fyrisitingarligar manna­ gongdir og slíkt, sum man ikki lærir í skúl­an­um. Og so fær man ikki minst høvi at síggja nógva list. Tað skal so eis­ ini sigast, at ein vandi við at finna sær eitt spennandi lestrarstarv er, at man lætt­liga kann koma til at raðfesta tað hægri enn skúlan. Soleiðis kenni eg tað í øllum førum viðhvørt. Man vil gjarna vera tøkur fyri arbeiðsplássið, tí so sleppur man fleiri ting, sum til tíð­ir kunnu tykjast meira spennandi enn at skriva uppgávu á lesisalinum. Í summar bleiv eg spurd, um eg vildi fara upp í tíð, sum var sera freistandi. Eg endaði tó við at siga nei takk, tí eg alla tíðina havi sæð lestr­ar­ star­við, sum eitt ískoyti til lesnaðin og ikki øvugt. Við einum lestrarstarvi haldi eg, alt í alt, at man verður klókari uppá bæði seg sjálvan í arbeiðshøpi, og eisini hvørjum man kann arbeiða við, tá man einaferð kemur út í veruliga arbeiðslívið.

53


LESANDI Í DANMARK

FØROYINGAFELAGIÐ

í Aalborg

T Magnus Pauli West Land/býur Danmark, Aalborg Aldur: 29 Útbúgving: M.Sc. Culture, Communication & Globalization

54

ey seinastu árini hevur tað al­samt vundið uppá seg at koma í Før­oy­ inga­felagið, og hetta kem­ur nokk í kjala­vørr­in­um av tí arbeiði, sum nevnd­in hevur lagt í felagið. Fyri fáum árum síð­ ani legði nevndin eina ætlan, ið hevði til enda­máls at gera felagið meira virkið í nær­um­hvørv­inum og meira áhugavert fyri føroyskar útisetar í Aalborg og Norður­jút­ landi. Sigast má, at ætlanin hevur eydnast væl, tí eftir betr fáum árum eru tiltøkni fleirfaldað, og bara frá 2016 til 2017 er limatalið tvífaldað og telur nú yvir 200 limir. Harafturat eru í 2017 trý ítróttarlið, sum íðka innandura ítrótt í ymsum høllum í Aalborg kommunu, og ynski eru um at fáa fleiri lið upp at standa. Sigast skal tó, at nevndin ikki einsamalt eigur alla æruna fyri framgongdina, tí felagið hevur verið so heppið at havt fleiri sjálvboðin, sum hevur lætt nógv um arbeiðsbyrðuna, og tísskil gjørt tað møguligt hjá nevndni at arbeiða víðari við at menna felagið.

HVAT HAVA VIT SO GJØRT? Vit hava havt nógv jørn í eldinum, og hesi hava so spakuliga gingið upp í eina hægri eind. Vit hava gjørt dagføringar í hølinum hjá okkum, sum verður nevnt Álastova, har vit m.a. hava keypt nýggja ljóðútgerð og gjørt eina nýggja barr. Vi hava verið virkin á sosialu miðlunum, Facebook, Snapchat og Instagram. Vit hava fingið eina nýggja heima­síðu, sum hevur givið felagnum fleiri møguleikar sosum online-sølu. Vit hava gjørt nógv nýggj tiltøk og styrkt um ver­ andi tiltøk. Og sum sagt eisini fingið fleiri sjálvsboðin, sum hava hjálpt til fyri at fáa tiltøk upp at standa.

HVAT BJÓÐA VIT SO OKKARA LIMUM? Sum áður nevnt so hava vit nógv tiltøk til okkara limir, og nøkur av hesum eru lýst omanfyri. Tá 2017 er úti, so hava vit skipað fyri yvir 30 tiltøkum og harafturat eisini innandura ítrótti. So alt í alt eru tað yvir 70 tiltøk, sum Føroyingafelagið skipar fyri.


NØKUR AV OKKARA TILTØKUM BARNATILTØK

ÁLAQUIZ (PUB QUIZ)

Føroyingafelagið skipar fyri ymisk­um barna­til­tøk­um. Til dømis Kom & Spæl, har børn­ini sleppa í eina ítróttahøll at spæla við al­skyns reiðskap; føstulávintshald, har børn­ini sláa tunnu; skattajakt, har børn­ ini skulu finna ein skatt; og jólahald, har børn­ini pynta jólatræ, og jóla­mað­urin kem­ur á vitjan.

Føroyingafelagið skipar fyri vælumtóktari pub-quiz eitt fríggjakvøld um mánaðin.

FØROYSKAN FÓTBÓLT Føroyingafelagið vísir føroyskar A-lands­ dystir á stórskíggja.

FRAMLØGUR, POLITIKK OG TÓNLEIK Føroyingafelagið bjóðar fyri­lestr­ar­hald­ ar­um, politikkarum og tónleikarum at framføra fyri okkara limum.

ÁLABRUNSJ OG FØROYSKAR VEITSLUR Føroyingafelagið bjóðar limum til brunsj tvær ferður um árið. Haraftur so skipar felag­ið fyri einari ræstkjøtaveitslu og ein­ ari jólaveitslu.

FØROYSKAR GUDSTÆNASTUR Tvær ferðir um árið skipar Føroyinga­ felagið fyri føroyskum gudstænastum. Og eftir gudstænastuna bjóðar felagið drekkamunn og kaku til limirnar.

55


LESANDI Í DANMARK

Skal eg skifta lestur? Á SUMRI 2015 VAR OKKARA TÚRUR KOMIN. VIT HØVDU BÆÐI FINGIÐ JÁTTANDI SVAR FRÁ UNIVERSITETUM Í KEYPMANNAHAVN – EG VAR SLOPPIN INN Á TANNLÆKNASKÚLAN, OG SJEIKURIN, HEÐIN, SKULDI LESA BÚSKAPARFRØÐI. KENSLUR AV GLEÐI, SPENNINGI OG EISINI EITT VET AV FJÁLTRI MÓLU RUNT Í OKKUM.

L Jónfríð Hansen Lesur til fysioterapeut á Professionshøjskolen Metropol Búsitandi í Keypmannahavn

56

ongu undan lestrarbyrjan byrjaði mín óvissa at koma. Eg royndi tó bara at førka hana til viks, tí eg helt, at tað allarhelst kom við tí spenningi og fjáltri, sum tað hevur við sær at flyta til Danmarkar og byrja á einum nýggjum skúla. Hjá Heðin var støðan eitt sindur øðrvísi, tí hann merkti onki til hesa óvissu; hann var spentur og gleddi seg at byrja.

IVIN VAR SKJÓTUR Á GÁTT Tá ið eg hevði lisið í ein mánað, var eg vís í, at hendan útbúgvingin ikki var tann rætta fyri meg. Mær dámdi væl tann sosi­ala partin, eg var væl við fakliga, men eg dugdi ikki at ímynda mær, at fram­

tíðin innan hetta økið var tann rætta fyri meg. Hóast eg var sannførd um, at hetta ikki var tann rætta leiðin fyri meg, so gjørdi eg av, at eg skuldi halda fram til lestrarhálvan var av. Orsøkin var, at eg helt, at eg hóast alt skuldi geva út­búgv­ ing­ini ein møguleika. Og her var støðan hjá Heðin aftur øðr­ vísi enn mín. Stutt eftir lestrarbyrjan fekk hann eina kenslu av, at hann hevði torført at venja seg við støði og frálæruháttin. Og stutt eftir avgjørdi hann, at hetta ikki var rætta útbúgvingin fyri hann og valdi at steðga alt fyri eitt. Lestrarhálvan gekk skjótt, og áðrenn eg visti av nærkaðist endin. Eg hevði um­hugsað mína støðu væl ígjøgn­um


Vit eru bæði samd um, at hóast vit valdu „skeivt“ fyrstu ferð, so er tað als ikki nakað, sum vit iðra okkum um

og hevði tosað nógv við bæði vinfólk og fam­ilju. Tað, sum við skúlabyrjan kend­ist sum ein óvissa, var ikki longur ein óvissa, tí eg nú var greið yvir, at mítt fyrsta val ikki var tað rætta. Og harvið avgjørdi eg at steðga.

EIN KENSLA AV LÆTTA Felags fyri okkum bæði var, at tá ið vit avgjørdu at gevast, fingu vit eina kenslu av lætta. Fleiri ferðir gjøgnum lestr­ar­hálv­ una royndi eg at sannføra meg sjálvan um, at tannlækni møguliga var tað rætta fyri meg, hóast eg innast inni visti, at hetta ikki var sannleikin. Í veruleikanum var eg bangin fyri, at eg fór at kenna tað sum ein ósigur, um eg valdi at gevast. Men tíbetur valdi eg at lurta eftir mær sjálvari. Í dag eru vit bæði í gongd við aðrar útbúgvingar – eg lesi til fysioterapeut, og Heðin lesur til fólkaskúlalærara. Vit eru bæði samd um, at hóast vit valdu „skeivt“ fyrstu ferð, so er tað als ikki nakað, sum vit iðra okkum um.

IVAST TÚ STÓRLIGA? Eg vil mæla til at skifta lestur, um tú ikki trívist, ella um tú metir, at útbúgvingin ikki er nakað fyri teg. Tað gevur als ikki meining at gjøgnumføra útbúgvingina bara fyri at gera tað – serliga um tú ikki fert at brúka hana til nakað, ella um tú bara seinni velur at velja tær eina aðra, tí hin ikki var tað rætta fyri teg.

57


LESANDI Í DANMARK

Uddannelses­ loftet – HVAT MERKIR TAÐ FYRI TEG?

F Turið Jónleyg Johannesen Læknalesandi á Københavns Universitet Búsitandi í Keypmannahavn

58

yri einum árið síðani varð lóg­in um „uddannelsesloftet“ sett í gildi í Danmark. Hetta hevði við sær, at tað ikki longur ber til at taka fleiri út­ búgv­ing­ar á sama støði. Tískil ber ikki long­ur til at eitt nú fáa eina pro­fessi­óns­­ bachelor í sjúkra­røkt, fyri síðani at byrja á ein­ari bachelor­útbúgving í tónleika­ vísind. Hetta er sjálvandi bert galdandi, um tú gert teg lidnan við eina útbúgving – steðgar tú áðrenn tú gerst bachelor, ber enn til at byrja uppá eina aðra útbúgving á bachelorstigi.   Tað skulu ganga í minsta lagi seks ár, áðrenn ein kann byrja á einari útbúgving, ið er á sama ella lægri støði, sum ein áður staðin útbúgving.

Ynskir ein at søkja inn á eina nýggja útbúgving áðrenn seks ár eru liðin, ber hetta til, um ein av trimum treytum er uppfylt: ›› At tú av heilsuligum orsøkum ikki fær brúkt ta áður loknu útbúgvingina. ›› At áður lokna útbúgvingin er fyrna, tvs. broytt nógv ella burturfallin. ›› Útbúgvingin, ið tú ætlar at søkja inn á, stendur á positivlistanum hjá Uddannelses- og forskningsministeriet.


ÍF FØROYAR FÓTBÓLTUR T

ætt við kendu betong-ghettoina á Amag­er, Oyrasundskollegiið, ligg­ ur Kløvermarkin, høvuðssætið hjá fót­bólts­felagnum ÍF Føroyum. Hendan grønda fløta var upprunaliga nýtt sum fløg­vøll­ur hjá danska herinum, og tað var eis­ini her, at tann fyrsti danski flog­vøll­ ur­in varð bygdur. Í dag flúgva tó bólt­ar heldur enn flogfør runt á Kløvermarkini, og dag­liga eru ellivu fótbóltslið, sum venja og spæla sínar dystir á teimum í alt tjúgu vøllunum. Eitt av teimum er tað føroyska útisetaliðið ÍF Føroyar.   ÍF Føroyar varð sett á stovn 4. apríl 1939 og er sostatt 77 ár. Øll hesi árini hev­ur felagið megnað at savna før­oysk­ ar úti­setar í Keypmannahavn sam­an til venj­ing­ar og dystir. Vant verður tvær ferðir um vikuna umframt dystir í viku­ skift­in­um. Í flestu førum verður vant frá áleið hálvan januar og fram til síðst í oktobur, tá kappingarárið endar. Tó er ein summarsteðgur á áleið tveir mán­að­ir.   ÍF Føroyar er eitt felag, ið leggur stóran dent á samanhald, og tað er umráðandi, at pláss er fyri øllum. Leikararnir fevna vítt ítróttaliga; summi hava leikt á høgum støði heima í Føroyum, meðan onnur ikki hava so nógvar royndir. Allir útisetar eru altíð vælkomnir at møta upp á Kløve­ rmark­ini. Venjingartíðir o.a. kann síggjast á heimasíðuni: www.fotboltur.dk.

Felagið verður partvís rikið við lima­ gjaldi, men hetta røkkur bert til eitt vist. Tí hava stuðlar ómetaliga stóran týdn­ ing. Høvuðsstuðul er Bank Nordik. Aðrir stuðlar eru Atlantic Airways, Smyril Line, Atlantic Shipping, Hiddenfjord, Vónin, FSF og Delta Seafood.

Lið og venjarar ›› Felagið hýsir í løtuni fýra 11-mans­liðum, herímullum 3-manslið og eitt kvinnulið. Haraftur er eisini eitt 7-mans lið hjá monnum. ›› Besta liðið spælir í Keyp­ manna­havnarseriuni. Niels Strøm Rødgaard er venjari.

›› Næstbesta liðið spælir í Seriu 4. Mathias Samuelsen tekur sær av tí liðnum. ›› Kvinnurnar spæla í Seriu 1, og har er Tórður Hentze venjari.

59


Matur i

a lestrarstu-dli

S

um lesandi hevur tú avmarkaða nøgd av peningi – serliga eftir at leigan fyri bústaðin er goldin. Bøk­ ur, flogferðaseðlar heim til Føroya, klæðir og skógvar o.s.fr. eru ein neyðugur partur av fíggjarætlanini, sum ein ikki sleppur undan. Og ofta verður hugni, so sum biograftúrar og ball, raðfestur fram um mat. Hjá nógvum verður maturin av tí sama avmarkaður til havragrýn, breyð og pasta við ketjupp.

60


Katrin Mohr

Katrin Fríða Jógvansdóttir

Lesur sálarfrøði á Københavns Universitet

Lesur løgfrøði á Københavns Universiteti

Búsitandi í Keypmannahavn

Búsitandi í Keypmannahavn

VIT HAVA HER NØKUR RÁÐ TIL, HVUSSU TÚ KANST FÁA VARIERAÐAN MAT TIL EIN BÍLIGAN PENING, OG HARUMFRAMT NAKRAR UPPSKRIFTIR UPPÁ SKJÓTAN OG BÍLIGAN MAT, IÐ ER VINALIGUR ÍMÓTI LESTRARSTUÐLINUM.

-

-

Ra-d til go-dan, biligan mat - uttan matoy-dsl

GER T R EINA RUTINU ›› Vel ein fastan dag um vikuna, har tú gert ein innkeypslista og keypir inn. ›› Vel nakrar døgurðar (og evt. skjót­ar morg­un­matar og miðmálar) til kom­ andi vikuna út frá tí, sum liggur eft­ir í køli­skápi, frystiboks og skápum; og skimma eisini tilboðsbløðini fyri í­blást­ ur til restina. ›› Skriva ein innkeypslista við øllum vør­un­um til valdu døgurðar (og evt. morg­un­matar og miðmálar). ›› Fá tær eina tilboðsapp ella nýt eina til­boðs­heimasíðu og kanna, hvar og hvørj­ar valdu vørur eru uppá tilboð (har er ein leitingarteigur, har tú kann skriva vørur inn).

›› Ger tað til ein vana at annars keypa vør­urn­ar í bíligastu handlunum: Netto, Fakta, Rema 1000, Lidl og Aldi. ›› Um vør­ur eru uppá tilboð, sum tú etur hvørja viku og sum ikki spillast, keyp so nið­ur­fyri. ›› Tak matpakka – eitt nú avlop frá døg­ urð­um – við í skúla ella á lesisal. At keypa í kantinuni kann gerast dýrt í longd­ini.

Tað er eisini møguligt at finna uppskriftir á netinum. Eitt nú eru Facebook bólkar so sum „Udeboende – mad på SU“ og google góð amboð. Um tú fært tær eina rutinu við skipaðum innkeypi, sleppur tú undan tí støðuni, har svongdin brádliga herjar á, og tú fert til handils við tí risiko fyri at keypa ov ósunnan ella dýran mat – ella bæði.

61


TEMA:

R ttir, i-d kosta undir 30 kr. Pasta pesto TILREIÐINGARTÍÐ:

15 MIN.

Pasta Grønt pesto Tun í blikki Tomat

Kóka pasta, og blanda alt saman í eina skál.

Pasta vi-d kremutari purru og piparfrukt-sós

TILREIÐINGARTÍÐ:

20 MIN.

Purru Piparfrukt Mjólk Bouillon Pasta

Kóka pasta. Svitsa fínthakkaða purru og piparfrukt á eini pannu við einum bouillon-terningi. Tá grøntsakirnar eru bleytar, blendar tú áleið helvtina av grøntsakjunum, so tær blíva til eina kremuta sós. Smakka til við meira bouillon ella øðrum kryddaríum. Blanda síðan pasta, sósina og restina av grøntsakjunum saman á pannuni.

62


TEMA:

Skjot, biligt og l tt Ciabatta-pizza Ciabatta-breyð Tomatsós: TILREIÐINGARTÍÐ:

20 MIN.

(tomatpasta, vatn, salt, oregano, hvítleykspulvur)

Fylla:

(leyk, piparfrukt, majs, kjøt osv.)

Ost:

(havarti „rundur“ ostur riggar eisini fínt og er bíligur) Ciabatta breyð eru bílig og finnast í flestu handlum sosum t.d. Netto og Fakta. Sker ciabatta-breyðið í helvt (vatnrætt). Koyr tomatpasta í eina skál við kryddaríum, og tynn blandingina til hon hevur ynsktan konsistens. Smyr tomatsósina á ciabatta-hálvuni, koyr ta ynsktu fylluna á og enda við einum lagi av osti. Koyr í ovnin í ca. 15 min.

Biksematur vi-d eggi og brey-d

TILREIÐINGARTÍÐ:

20 MIN.

Leyk Kókaði epli Pyslur ella kjøtfrikadellur Egg Evt. breyð og ketjupp

Svitsa leyk á pannuni. Sker kókaðu eplini og pyslurnar/ kjøtfrikadellurnar í terningar, og svitsa tað á pannuni við leykinum. Kryddra við t.d. salt og pipar. Steik egg. Servera við breyði.

63



Lesandi uttanfyri kongaríkið

AT L E I TA S Æ R Ú T Í F J A R S K O T I N L O N D

/ 66

SKIFTISNÆMINGUR Í ANDALUSIA

/ 68

AT L E S A Á H E I M S I N S N O R Ð A S TA L Æ R U S T O V N I

/ 72

S TA R V S V E N J I N G Í T U R K A L A N D I

/ 76

AT L E S A T I L TA N N L Æ K N A Í K E K K I A

/ 78

AT L E S A T I L L Æ K N A Í P Ó L L A N D I

/ 80

FASHION DESIGN Í MONDA

/ 82

65


LESANDI UTTANFYRI KONGARÍKIÐ

At leita sær út í fjarskotin lond

AT FLYTA BURTUR Í ONNUR LOND ER EIN MENNANDI UPPLIVING, IÐ VÍÐKAR OKKARA SJÓNARRING OG VEKIR FORVITNI EFTIR AT RANNSAKA TAÐ ÓKENDA. MEN ONKUNTÍÐ KANN TAÐ FÁA EIN AT KENNA TAÐ, SUM MISSUR MAN SEG SJÁLVAN BURTUR. Turið Jónleyg Johannesen Læknalesandi á Københavns Universitet Búsitandi í Keypmannahavn

66

M

entanarskelkur er eitt vælkent fyri­brigdi, sum kann raka sjálvt tann mest ferðafúsa vall­ar­an. Tað kann snúgva seg um eitt nú heim­ longs­ul, trupul­leik­ar við at skilja mál­

ið ella bara eina kenslu av, at hend­an nýggja ment­an­in ikki skilir teg og tína ment­an. Ment­anar­skelk­ur kann býtast í fýra stig: Ljósa­reyða tíðin, tingingar­tíð­in, upp­gerð­in og til­lag­ing­in.


Tá man ikki er heima, gloymir man nevni­liga alt tað keðiliga og leggur stór­an dent á tað góða

LJÓSAREYÐA TÍÐIN Ljósareyða tíðin, the honeymoon phase, er tá, man júst er fluttur. Alt er fantastiskt, spenn­andi og nýtt – hetta er besta av­ gerð­in nakrantíð! Alt er genialt – nýggj mat­mentan, aðrir siðir, og øll eru øðrvísi enn tað, ein er vanur við. Men so við og við byrjar man at varnast vansarnar.

TINGINGARTÍÐIN Aftaná nakrar mánaðir byrjar man at merkja til tað, ið kanska ikki er so feitt. Faktiskt eru tey eitt sindur ófólkalig. Og so skilur man ikki so væl, hvat tey siga, og tey skilja heldur ikki teg. Tey koyra púra ørt, og tað er ómøguligt at fáa fatur á rísingreyti nakrastaðni. Og come on, vatnið smakkar bara ikki líka væl sum í Føroyum! Tá man flytur uttanlands at lesa, skal man ikki bara venja seg við eina nýggja mentan. Man skal venja seg við eina nýggja mentan samstundis við, at man ven­ur seg við nýggjan lesn­að og flytur í nýggja íbúð. Og man kann ikki bara fara heim til foreldrini at eta sunnu­dags­ døg­urða og fáa nøkur góð prei. Nei, tey eru ikki har. Og hvat vita tey um í­búð­ ar­møgu­leikarnar í Italia?

Tú dug­ir kortini ikki at parallel­­ parkera, og gott nokk hava tey ikki rísingreyt, men Mc­Donald’s er eisini nokk so nice ligu sam­an­brest­irnar, og hetta førir til, at man aftur byrjar at síggja nýggja heim sítt frá einum realistiskum og jaligum sjónarmiði.

UPPGERÐIN Aftaná nakrar mánaðir afturat hev­ur man vant seg við tað heila. Tey eru svøk og koyra ørt – deal with it. Alt er, sum tað plagar at vera, og munurin millum teg og hini er ikki líka stórur longur. Tú dug­ir kortini ikki at parallelparkera, og gott nokk hava tey ikki rísingreyt, men McDonald’s er eisini nokk so nice. Nú dugir man at loysa teir mentanar­

… fjalla­túrar eru eitt summar-ting, tær flestu í bindiklubbanum eru eisini fluttar av land­in­um, og tú kennir ØLL í býnum.

TILLAGINGIN ØVUTUR MENTANARSKELKUR Tað er heldur ikki ókent, at nøkur seinni upp­liva ein øvugtan mentanar­skelk. Hetta kemst oftast av eini idealiser­ing av Før­oy­um – besta landinum í heim­in­ um! Tá man ikki er heima, gloymir man nevni­liga alt tað keðiliga og leggur stór­an dent á tað góða. Fjallatúrar, bindiklubbar, og tá man fer í býin, kennir man øll. Men

Aftaná nøkur ár eru tað nøkur, ið hava full­komi­liga tillagað seg til ta nýggju til­ ver­una. Man hevur enn ta føroysku herð­ ing­ina, hóast man tosar nýggja málið, og Ólavssøka er enn eitt must. Men tað er nú minst líka týdningarmikið at vera við til Oktoberfest! Man er her vorðin tví­ment­ aður, og nýggja mentanin er nærmast vorðin tín egna.

67


LESANDI UTTANFYRI KONGARÍKIÐ

SKIFTISNÆMINGUR Í

ANDALUSIA A

Sólmay Kalsø Læknalesandi á Pomeranian Medical University Búsitandi í Szczecin

ndalusia: Sólin, ið vermir hvørt mans­barn; strend­urn­ar við há­ bærs­ligu pálma­trø­un­um; ment­ an­arv­ur­in, ið liggur djúpt í spanska blóðn­u m. Listin, byggi­l ist­i n, søg­a n, dans­ur­in, maturin og kvøld­ini við vak­ urt reiddu tapasborðunum í al­skyns lit­um og við øllum smakkum, tú kanst ímynda tær. Har øll, ið sita um lív­ligu borð­ini, býta rættir sínámillum og njóta gott, vælangandi spanskt vín aft­ur­við. Alt í­með­an gøtutón­leikar­ar seta sín ser­liga dám á við sínum livandi rútm­um og so­ leið­is fáa alt at ganga upp í eina hægri

ANDALUSIA

eind, har allir sansir verða stimbr­aðir. Og ikki at gloyma málið! Eg elski, tá ið spani­ ólar málbera seg, tí tað onk­urs­vegna vevur allar menniskjaligu kensl­urn­­ar upp í einum. Tað verður næst­­an bor­ið fram eins og ein flamenco-dans­ur; yvir­ brøgd­ini, allur kroppurin og hend­urn­ar, ið verða lyftar upp í allar ættir. Ljóð­ar tað ikki lokk­andi? Tað haldi eg, í hvussu so er!

HVAT ER ERASMUS? Eg lesi læknavísindi á Pomeranian Medical University (PUM) í Szczecin í Pól­­landi. PUM samarbeiðir við aðrar lærd­­ar háskúlar í Evropa ígjøgnum skiftis­­­næm­inga­skipanina Erasmus+. Lærdu há­skúl­arn­ir, ið PUM samstarvar við, liggja í eitt nú í Týsklandi, Italia og Spania, og vit kunnu søkja um at taka eitt lestrarár ella ein­stakar lærugreinar,

68


sum part av okkara útbúgving, á hesum lærdu há­skúl­um. Endamálið við skiftisnæminga­skip­an­ ini Erasmus+, sum varð stovnað fyri 30 árum síðan, er millum annað at koma við íkasti til „Evropa 2020“, sum er ein ætlan um at fremja búskaparvøkstur, arbeiði, sosial rættindi og inklusjón, og til „ET2020“, sum er heildarætlan hjá ES um útbúgvingar og starvsvenjingar. Erasmus+ hevur eisini til endamáls at arbeiða fyri einum varandi samstarvi og menning ímillum lærdar háskúlar og les­andi, minka um arbeiðsloysi, eggja ung­um til at taka lut í evropeiska fólka­ ræð­in­um eins og at nema sær út­búgv­ ing og stuðla til nýhugsan, nýskapan og menn­ing. Hvørt ár kanst tú í februarmánaði á PUM søkja um at sleppa avstað sum skiftis­næm­ing­ur til onnur lond, og her verða tað ymisk metingarstøði tik­in til eftirtektar. Millum annað verða stig givin fyri karakterir, um tú hevur gransk­að, um tú velur at fara til eitt land, har und­ir­ vísing­in fer fram á einum fremm­and­ um máli, ið ikki er títt móðu­rmál og so framvegis. Í umsóknini er møguleiki fyri at velja, hvønn lærda háskúla tú ynskir at rað­festa ávikavist sum nummar eitt, tvey og trý. Í Spania vóru fýra skúl­ar at velja ímillum, og mítt fyrsta val var Universidad de Málaga (UMA) í Málaga.

UNDIRVÍSING Á SPONSKUM Ynskið hjá mær, um at sleppa til júst Spania, kemst millum annað av, at eg havi fjakkað og arbeitt sum sjálv­boð­in í Suðuramerika og varð tá hug­tik­in av hesum fyrrverandi spanska hjá­landa­ veld­inum. Og spanska málið legði eg eisini lunnar undir í studentaskúlanum. Eg elski at uppliva og læra um tað, sum er nýtt og øðrvísi, so heldur enn at spyrja „hví søkja?“ var mín spurningur „hví ikki søkja?“. Málsligu krøvini fyri at sleppa at lesa í einum fremmandum landi eru ikki, at tú skalt duga málið flótandi, tí eitt av enda­ mál­un­um er jú at læra eitt fremmant mál og eina fremmanda mentan at kenna. Men fyri at kunna klára at fylgja nøk­u­lunda við frá byrjan av, verður tað kravt, at tú hevur eitt grundarlag, og í Spania er kravið so B1-støði. Um tú hevur eitt skjal, har tú kanst prógva, at tú hevur kravda málstøðið,

er tað ikki neyðugt at fara til málroynd. Ann­ars skipar PUM fyri málroynd í apríl­ mánaði fyri tey, sum eru sloppin inn og ikki hava prógv. Eg hevði verið á málskeiði í Barcelona beint frammanundan, har eg hevði frískað upp og betrað um mínar sponsku førleikar.

PALLE ALENE I VERDEN – OG PALLE Á ÆVINTÝR! Dreymurin gjørdist til veruleika! Og eg fór avstað í roynd og veru ófyrireikað, tí eg hevði lisið til eina próvtøku, sum skuldi klárast beint áðrenn fráferð. Í Keypmannahavn og í Szczecin eru altíð aðrir føroyskir næmingar og kenn­ ing­­ar at spyrja til ráðs, so har er tað laga­manni at fáa ta leiðbeining og tær upp­lýs­ing­ar, sum einum tørvar. Men tá ið tú sum før­oy­ing­ur velur at fara til fjar­skot­in lond, ert tú sum oftast „Palle alene i verden“. Tí tað er nevniliga ein

sann­roynd, at fólk við felags tjóð­skapi, sum eru í ó­kend­um og fremm­and­um um­hvørvi, al­oft­ast savna seg sam­an bein­ an­vegin – og lítið sann­líkt er, at nak­ar annar føroyingur er akku­rát har, sum tú ert. Hetta kann vera tor­ført í fyrst­uni, men tað er sanniliga eis­ini av­bjóð­andi, gevandi og stuttligt, tí so er ongin at goyma seg aftanfyri, og tú verður noydd­ ur at mingulera við nýggj­um og øðrvísi mennsikjum og ment­an­um og hervið læra nógv um teg sjálvan og onnur. Í Málaga búði eg í einum kul­um hippikend­um umhvørvi við smøl­um gøt­um, har alskyns veggjakrutl prýddi um sól­ gyltu strætini. Eg hevði spurt um eitt stað at búgva á einum Facebook Erasm­us bólki. Ein amerikanari, ið var „flýddur“ úr Amerika, bjóðaði mær at leiga frá hon­ um. Tað var ein vrakaður gam­al bygn­ing­ ur í tveimum hæddum, sum hann hevði sett í stand við endur­nýtslu lut­um, sum hann hevði fingið frá fólki – eg haldi ikki,

69


LESANDI UTTANFYRI KONGARÍKIÐ

at nakað var keypt. Tað var ikki nakað marglætishús, men tað var hugnaligt. Her búleikaðist eg so alt lestr­ar­árið sam­ an við átta fólkum í øllum aldr­um; øll úr ymsum londum og við yms­um arb­eið­um ella lesn­aðum. Ólíkt í­búð­ar­blokk­um í eitt nú Dan­mark, har fleri hundrað lesandi búgva saman, so er tað vanligt í Spania, at eini trý-fýra lesandi búgva sam­an í eini íbúð. ĺ okkara bygn­ingi høvdu vit eina tak­terrassu, har tað hvørt fríggja­kvøld varð skipað fyri hugna­lig­um mál­skift­ is­­kvøld­um. Spaniólar komu at læra seg enskt, meðan útlendingarnir lærdu seg spanskt, og soleiðis hugnaðu vit okkum sam­an, áðrenn farið varð í býin. Á somu tak­terrassu høvdu vit eisini grill­veitsl­ur og livandi tónleik, tí italienskir og portu­ gisk­iskir tónleikarar, sum vóru komnir til Málaga at spæla tónleik, búðu eisini í bygn­ing­inum.

FØROYINGAR OG SPANIÓLAR Eisini varð skipað fyri mentanar­kvøld­ um við mati úr ymiskum londum, og eg borðeiddi við føroyksum og sponsk­ um mati, sum í roynd og veru hava nógv til felags. Spaniólar eta eitt nú eis­ini kjøtpylsu, blóðpylsu, seyðarhøvd og ikki at gloyma skerpikjøt – ein av

okk­­ara siðbundu rættum! Luft­turk­aða „jamón“ hevur nærum sama konsi­stent sum skerpikjøt, hóast tað er framleitt av grísi, men smakkurin er nakað mild­ari. Hetta er matur fyri Pætur, og spani­ólar munga eins nógv eftir teirra jamón, sum vit eftir skerpikjøti, tá ið vit eru langt av landi skotin. Á øðrum økjum hava vit eisini nógv til felags við spaniólar. Teir eru sera familjukærir, teir búgva longi heima hjá foreldrunum, og teir møta til veistl­ur kl. 22, hóast tað var bjóðað inn kl. 19. Og so er har eisini mentanar­arv­urin. Með­an vit dansa føroyskan dans, dansa spaniólar eitt nú flamenco. Tað er okk­ urt við føroysku og sponsku siðbundnu ment­an­unum, sum er djúpt­liggjandi í fólki og samstundis so sjamer­andi. Tað er við a leggja ein serligan dám á londini, hóast tað í tíðum eisini er í stríð við nútíðina og nútíðarhugsan. Eitt nú lívið „úti á bygd“ og lívið í „el campo“, har mennirnir fletta og taka sær av tí „ráða“, ímeðan konurnar rudda og vaska vembur og gera tað minni kropsliga arb­ eiðið. Mennirnir í Føroyum fara í grind, og „los hombres“ í Spania fara til tarva-dyst. Spurningurin er í báðum londum, um tað ber til at varðveita tað siðbundna og samstundis fylgja við í modernistisku javnstøðuhugsanini og -menningini?

TAKK OG LOV FYRI SPROTAN OG GOOGLE MAPS Alt var ikki bara ljósareytt – ella „bara bara“, sum hann segði. Áðrenn eg fór, meðan eg var í Málaga, og tá eg kom til Póllands aftur, var tað ein ørgrynna av pappírsarbeiði, ið skuldi fáast frá hondini. Tá ið eg kom til Málaga, var tað eisini so, sum fólk høvdu sagt frammanundan: Dialektin har suðuri er nakað fyri seg, og tað tekur eina løtu at skilja „málagenskt“, eins og tað ger at skilja „suðuroyskt“. At venja seg við at lesa alt á sponskum fekk sveitta mín fram – takk fyri Sprotan og Google Translate, sigi eg bara! Fyrsta mán­að­in høvdu vit bert undirvísing í ástøði, og tað tók nógva orku at royna at hug­savna seg í tímunum, tá ið alt nú var á sponskum. Tíbetur hava spani­ólar siesta, ímeðan sólin stendur hægst, so eg kundi leggja meg at sova í einar tríggjar tímar aftaná skúlatíð við góðari samvitsku og samstundis huga­ góð taka hesa siesta-siðvenju til mín. Aftan­á tann fyrsta mánaðin høvdu vit á­støði fyrrapartar, og seinnapartar høvdu vit starvslæru á sjúkrahúsi ella heilsu­ mið­støð. Onkutíð var tað so heppið, at starvs­venj­ing­arsjúkrahúsið lá beint við lærda háskúlan, og aðrar tíðir varð man sendur til útjaðaran ella til ein annan bý uttanfyri Málaga. Tað var onkutíð eitt sindur roksut og stravið at fartast aftur og fram soleiðis, men eg takkaði bara fyri, at Google Maps var til.

SPANSKA SJÚKRAHÚSVERKIÐ Tað var sera áhugavert at kunna sam­ an­bera mannagongdina á sjúkra­hús­ un­um í Suðurspania við sjúkra­hús­ini í Pól­landi, Danmark og í Før­oy­u m. At síggja munin á teimum há­bærs­ ligu, privatu sjúkrahúsunum við mar­ mor­gólvi og alskyns tólum í mun til tey kom­munalu sjúkrahúsini og tær smáu heilsu­mið­støð­irnar í út­jað­ar­in­ um. Á privatu sjúkrahúsunum, ið liggja í bý­un­um uttanfyri Málaga, komu fleiri ferða­fólk úr øllum londum – fleiri ferða­ fólk enn spaniólar. Serliga var talan um enskt­talandi fólk og sjúklingar úr norð­ an­lond­um, sum vóru komnir til Spania at ferð­ast ella í arbeiðsørindum. Munur er á, hóast læknaútbúgvingin og lesnað­ ur­in í sær sjálvum eru tey somu. Munur sæst eisini á, hvussu lækn­ arn­ir tala við og viðfara sjúklingin í Pól­

70


kravt av teimum lesandi, at tey skulu kanna sjúklingin eins gjølla og í Pól­landi. Læknarnir í Spania fáa ikki líka nógva tíð setta av til tey lesandi fyrr enn sein­asta skúlaárið hjá teimum, og teir noyð­ast at brúka nógva tíð til at skriva sjúkra­dag­ bøk­urn­ar inn á telduskipanina. Hetta merkir, at tá ið tað kemur í starvsvenjing í Spania, má áhugi og ágrýtni vísast fyri at fáa sum mest burtur úr. Í Póllandi skulu vit harafturímóti í starvsvenjingini gjøgn­ um­ganga alt við lærarunum. Tað var deiligt, at tað ikki var 100% møtiskylda í Spania, eins og tað er í Póllandi, tí so var møguleiki fyri at sova longur ella lesa heima onkrar dagar.

ÆTLAR SÆR AFTUR

Og eg droymi um eina framtíð, har eg arb­eiði einar tveir-tríggjar mánaðir um árið á lívligu og lívsgevandi andalusisku strond­un­um landi og í Spania, sum ivaleyst hongur sam­an við, at mentanirnar eru ymiskar. Í Pól­landi verður størri dentur lagd­ur á myndug­leika, og á summum økj­um koyra tey enn eftir tí gamla mát­an­ um, har læknar, lærarar og sjúklingar verða nevnd­ir við eftirnavni, sjúkradag­ bøk­urn­ar verða skrivaðar við hond, og nógvar sjúkl­inga­kann­ingar verða gjørdar manuelt. Í Pól­landi verður nágreiniliga

sjúkl­inga­søgan tikin beinanvegin, og hvør les­andi skal kanna sjúklingin gjølla. Í Spania byrjar man við at lætta um hug­ lagið við eitt sindur av práti, kanska man kemur við eini joke, spyr hvussu mamm­ an, pápin, omman og abbin hava tað, ímeðan man veipar við armunum og so framvegis. Ein lækni plagdi enntá at syngja úrslitini av blóðroyndunum upp fyri sjúklinginunum. Í Spania verður ikki

Tað, sum eg hevði í væntu og ynskti, áðr­ enn eg fór avstað, var at upp­liva okk­urt nýtt, læra um eina nýggja ment­an, læra spanskt, fáa innlit í spanska sjúkra­hús­ verk­ið og fáa kliniska lækna­frøði­liga vitan. Tá ið eg so í julimánaði í 2017 spák­aði mær eftir mjúku, gyltu strondini í Málaga og leit út á Miðj­arð­ar­havið, visti eg, at hóast tað hevði verið stravið, so hevði tað verið tað vert. Tær góðu løturnar og allar upp­liv­ing­arn­ar vóru fleiri í tali. Eg hevði fing­ið alt og nógv meira í skjáttuna, enn eg hevði ímyndað mær frammanundan – eisini nógv, ið ein ikki kann lesa seg til. Eg havi nú hug at taka mítt seinasta ár, sum er eitt starvsvenjingarár, í Spania. Og eg droymi um eina framtíð, har eg arb­eiði einar tveir-tríggjar mánaðir um árið á lívligu og lívsgevandi andalusisku strond­un­um. Eg vil viðmæla øllum, sum hava møgu­ leik­an, at fara til eitt annað land sum skiftisnæmingur. Eg veit, at Fróð­skap­ ar­setur Føroya samstarvar við lærdar há­skúlar í Norðurlondum, men eg havi vónir um, at tað fer at bera so í bandi, at møgu­leiki eisini verður at sleppa at lesa eitt semestur ella eitt lestrarár uttanfyri Norð­ur­lond. Og soleiðis kunna koma heim við alskyns hugskotum og íblástri til einar meiri spennandi og mennandi Før­oyar. Somuleiðis hevði tað verið fram­ úr, um vit í Føroyum kundu tikið ímóti skiftisnæmingum, sum so kundu tikið lærurgreinar á enskum og møguliga eini onkrar á føroyskum, samstundis sum tey læra um Føroyar og føroyska mentan, og vit læra um teirra.

71


LESANDI UTTANFYRI KONGARÍKIÐ

At lesa á

heimsins

norðasta lærustovni Myndir: Lauritz Schonfeld

Rakul Maria Johannesen Lesur jarðfrøði á Københavns Universitet Búsitandi á Svalbard

72

DROYMDI YM AT SLEPPA TIL SVALBARÐ

FØROYSKA JARÐFRØÐIN MINNIR UM TA Í SVALBARD

Eg havi í fleiri ár havt ein dreym um at sleppa til Svalbarð. Tá eg so fekk møgu­ leik­an at taka ein part av míni útbúgv­ing har, var eingin ivi. Í flogfarinum á veg úr Oslo í ein beinan norð­an gekk tað upp fyri mær, at hetta fór at verða eitt heilt serligt hálvár. Hóast tað var myrkt, og tað leið ímóti midnátt, gjørd­ist luftin bara ljósari longur norður, eg kom. Tá eg lendi í Longyearbýnum kl. 01.32, skein sólin oman og niðan. Frá tí løtu hevur hetta verið eitt satt ævintýr, sum ikki kann lýsast til fulnar, men eg fari tó at gera eina roynd.

Vanliga lesi eg á bachelorinum í jarð­ frøði á Københavns Universiteti, men sum so nógv onnur, havi eg valt at taka ein part av útbúgvingini uttanlands. Sum jarð­frøði­lesandi hevur náttúran á øk­in­um, har universitetið liggur, stóra ávirkan á, hvat dentur verður lagdur á. Før­oysk jarðfrøði er nakað heilt annað enn donsk jarðfrøði, og tí hevði tað stóran týdn­ing fyri meg at koma burtur frá Keyp­manna­havn. Í nógvar mátar minnir før­oyska jarðfrøðin um ta jarðfrøðina, sum vit finna á Svalbarð. Í stuttum ber til at siga, at tann tilgongdin, sum hevur


Orð sum rifla, flairgun, spikes, dryteck og safety beacon gerast vanlig í tínum orðatilfeingi

73



skapt dalar og fjøll í Føroyum fyri 10.000 tals árum síðan, fer fram júst í hesi løtu her á Svalbarð. Á Svalbarð búgva á leið 2500 fólk – 400 í Barentsburg og so restin í Long­year­ býnum, her eg eisini búgvi sum ein av tveimum føroyingum. Ein ógvuliga lítil og fjarskotin býur, sum tó hevur allar hentleikar og er fullur av lívi. Har eru matstovur, kaféir, svimjihøll og biografur. Størsti parturin av íbúgvunum arbeiða innan kolaídnað ella gransking. Hetta hevur við sær, at tað búgva nógv ung fólk og nógvar barnafamiljur í býnum. Lokalstýrið er ógvuliga virkið og skipa fyri nógvum tiltøkum, so tað er ikki neyðugt at keða seg.

HEIMSINS NORÐASTI LÆRUSTOVNUR Av tí at universitetið her, University Centre of Svalbard, er heimsins norð­ asti læru­stovnur, dregur hann heims­ins fremstu granskarar innanfyri økið til sín. Og tað merkist, at hesir granskarar und­ ir­vísa okkum við stórum eldhuga. Teir vísa eisini fram gransking, sum ikki er almannakunngjørd enn, og hetta gevur okkum eitt heilt serligt innlit í evnið. Vit, sum eru lesandi, sleppa eisini at vera ein partur av hesi gransking og eru m.a. við til at samla dátu inn. Í eina viku vóru vit við einum rannsóknarskipi norðanfyri Svalbard. Her kortløgdu vit havbotnin og tóku kjarnuprøvar, sum skulu nýtast til víðari gransking. Ein ógvuliga stórur partur av út­búgv­ ing­ini fyrigongur uttanfyri und­ir­vís­ing­ ar­hølið. Vit vóru millum annað eina viku á einum jøkli langt burtur frá nakrari „civilisatión“. Hvønn morgun sigldu vit við einum skjóttgangandi báti frá lítlu bygd­ ini Barentsburg tvørtur um fjørðin, har vit gjørdu kanningar til báturin heintaði okkum aftur 10 tímar seinni. Tá er einki, sum eitur at vera kaldur ella vátur, hóast termometrið vísir undir frostmarkið. Men ein lærur skjótt, hvussu ein ber seg at í barsku náttúruni. Orð sum rifla, flairgun, spikes, dryteck og safety beacon gerast vanlig í tínum orðatilfeingi. Tað eru eisini túrar sum hesir, sum gera samanhaldið

mill­um okkum 20 lesandi og eisini pro­ fess­ararnar til nakað heilt serligt.

HÁLVA ÁRIÐ VERÐUR TIL EITT HEILT ÁR Mest sum hvør fríløta verður brúkt í fjøll­un­ um, tí náttúran hevur nógv gott at bjóða, so leingi ein hevur rifluna við. Tað er eitt krav at bera riflu, um ein skal út um bygt økið. Ísbjarnir eru ein stór hóttan, men sum lesandi á universitetinum verður tú væl fyrireikaður uppá at møta ís­bjarn­ um, um tú skuldi enda í hesi óhepnu støðu. Fyrstu undirvísingarvikuna verð­ur

far­ið ígjøgnum allar mannagongdir, har tú m.a. skalt standa skjótiroynd, fyrstu­ hjálp­ar­skeið, svimja á sjónum og læra at hand­fara samskiftistól. Tá tú hevur stað­ið hetta, stendur náttúran opin fyri tær. Smáttur standa eisini runt um í land­in­um, sum dúgliga verða nýttar í viku­skift­un­um. Eg má viðganga, at eg eri blivin heilt bitin av lívinum uppi her. Kavaskutarin er keyptur og góðkenning frá uni­versi­ tet­in­um í Keypmannahavn er komin til høldar, so tað hálva árið verður nú til eitt heilt ár.

75


LESANDI UTTANFYRI KONGARÍKIÐ

STARVSVENJING Í

Turkalandi

Alt filmsliðið við sjónleikarum.

EFTIR AT HAVA BÚÐ Í EINUM HOTELKAMARI Í SEKS VIKUR OG ARBEITT TÓLV TÍMAR UM DAGIN, SEKS DAGAR UM VIKUNA, GLEDDI EG MEG AT KOMA AFTUR TIL SKÚLABONKIN, HEIMAARBEIÐI, PRÓVTØKUR OG ALT, SUM HARTIL HOYRIR. MEN SIGAST SKAL, AT EG HEVÐI IKKI VERIÐ MÍNA STARVSVENJING FYRI UTTAN. Barbara Lervig Lesur film- og miðlavísind á Køben­ havns Universitet Búsitandi í Keypmannahavn

76

VISTI BEINANVEG, AT EG ÆTLAÐI Í STARVSLÆRU Sum á so nógvum øðrum útbúgvingum kunnu vit á Film- og miðlavísindi eisini velja at fara í starvslæru. Eg hoyrdi um hendan møguleikan longu í introvikuni, tá eg byrjaði á lesnaðinum, og eg var beinanvegin vís í, at hetta vildi eg royna. Útbúgvingin hjá okkum er øgi­liga

breið, og tað eru ótrúliga nógv og ym­isk støð, har vit kunnu fara í starvsvenjing. Eg havi altíð havt áhuga fyri filmspartinum av út­búgv­ing­ini og miðaði tí ímóti at finna eitt starvsvenjingarpláss hjá einum filmsella fram­leiðslufelagi. Eg var so heppin at finna eitt stað og ikki nokk við, so skuldu tey enntá til Turkalands at upptaka ein spæli­film í tíðarskeiðinum, eg skuldi vera


hjá teimum; og eg slapp við! Her kann eg við­merkja, at eg lestrarhálvuna fyri hevði verið skiftisnæmingur í Istanbul í Turka­landi, og eg var tí ótrúliga glað fyri at sleppa aftur hartil longu. Tá eg byrj­ aði hjá teimum, vóru tey í holt við tær síðstu fyrireikingarnar til upptøkurnar av spæli­film­in­um. Eg arbeiddi fulla tíð á kon­tór­in­um í Wildersgade Filmhus, inntil vit fóru til Turkalands at upptaka. Mítt heiti var producerassistent, og eg hevði nógv­ar ymiskar uppgávur. Tað er ein typ­isk­ur fordómur, at starvsnæm­ ing­ar ikki sleppa at gera annað enn at renna eftir kaffi og gera „trælaarbeiði“ – at teir eru lægst í føðiketuni. Tað var tó ikki gald­andi fyri meg, tíbetur. Eg føldi enntá onku­tíð, at eg fekk ov stóra ábyrgd; at tey til tíðir gloymdu, at eg enn var í holt við bachelorin og ikki hevði arbeitt í hesi vinnugreinini í tíggju ár, sum tey høvdu.

BORDUM

LEIÐIN GEKK TIL BODRUM Vit vóru á upptøkum í feriubýnum Bodr­ um í Turkalandi í seks vikur. Filmsliðið var stórt, og við sjónleikarunum vóru vit upp ímóti 40 fólk. Av tí at filmurin er ein donsk/hollendsk/svensk/turkisk coproduktión, so vóru tey allastaðni frá í verðini. At arbeiða við fólki úr so nógvum ym­isk­um londum var áhugavert. Man lærdi nógv av hvørjum øðrum, men tað var eisini ein avbjóðing, tí øll høvdu ym­ isk­ar mannagongdir og hugburðar um, hvussu tingini skuldu gerast. Tað vóru nakrar harðar vikur. Vit arb­ eiddu, sum sagt, tólv tímar um dagin, seks dag­ar um vikuna. Onkutíð frá kl 7 til 19 og aðra­tíðir kl 19 til 7. Samdøgursrytman fokk­aðist púrasta upp. Harumframt vóru vit næstan altíð úti um kvøldarnar eftir lok­ið dagsverk. Vit høvdu funnið eina so hugna­liga stambarr beint við hotellið, so man fekk ikki nógvan svøvn hesa tíðina. Á so­vorðn­um settum er tað sosiala øgiliga týdn­ing­ar­mikið, og samanhaldið, sum vit fingu har, var ótrúliga sterkt.

LÆRDI YMISKT, IÐ EG IKKI KUNDI LÆRT Á UNIVERSITETINUM Eg haldi, at í hesi vinnugrein fær man ofta at vita, at hetta kann man ikki liva

Romenadin í Bodrum.

av. So tað var deiligt at síggja, at tað finn­ast fólk, sum liva av hesum, og at síggja, hvussu gerandisdagurin kann koma at síggja út, tá eg einaferð eri lið­ ug útbúgvin. Eg havi lært nógv meiri hetta hálva árið í starvs­læru, enn eg havi lært tey seinastu trý árini á universitetinum. Nei, okey, tað er kanska at gera í so nógv av, men eg havi lært praktisk ting hesa lestrarhálvu,

sum eingin professari kundi lært meg á universitetinum. Tað er nakað heilt annað at standa á einum setti og síggja, hvussu tað gongur fyri seg – tað kann ein ikki blíva undirvístur í á sama hátt í eini skúlastovu. Í starvsvenjingini lærdi eg eisini nógv um meg sjálva, um hvørja leið eg vil fara við útbúgvingini, og hvat eg vil arbeiða við, tá eg eri liðug at lesa.

77


LESANDI UTTANFYRI KONGARÍKIÐ

OLOMOUC

AT LESA TIL

tannlækna í Kekkia AT LESA Í KEKKIA

Meinar Dahl-Olsen Lesur til tannlækna á Palacky University Búsitandi í Olomouc

78

Hey! Eg eiti Meinar og lesi tannlækna­ frøði á Palacky University í Olomouc, Kekkia. Síðan eg var smádrongur, so hev­ur mær dámt alt handaligt arbeiði. Eg havi tí eisini altíð ímyndað mær eitt fram­tíð­ ar­starv, har eg kundi arbeiða prakt­iskt og nýta hendurnar. Í skúlanum vóru tað eisini tey náttúruvísindaligu fak­ini, ið vaktu mín ans – herímillum ser­liga und­ir­vís­ingin um mannakroppin, og hvussu hann riggar. Tá eg so einaferð ein sunnu­morg­un, eftir at hava brotið tríggjar fram­tenn, sat í tann­læknastólinum og sá úrs­litið av hand­verk­inum hjá tannlækn­an­um, gjørd­ist eg sannførdur um, at tann­ lækna­fakið var nakað, sum eg vildi læra meira um. Eftir at hava lokið miðnám sendi eg so umsóknir til universitetini í Danmark, men miðaltalið var ov lágt, og tí mátti eg fara aðrar leiðir. Eg setti meg síðan í sam­band við Holger Arnbjerg á Al­tjóða Skrivstovuni, og hann fortaldi mær um eina upptøkuroynd í Oslo til tann­lækna­ frøði á einum universiteti í Kekkia. Hend­ an royndin var deild upp í evnafrøði, lív­frøði og alisfrøði ella støddfrøði, og


hon kravdi, at tú í minsta lagi hevði 60% rætt í hvørj­um faki. Støðið á upptøku­ roynd­ini kann sammetast við A-støði á miðnámi. Eg kláraði royndina og takkaði so ja til lestr­ar­pláss – og soleiðis endaði eg í Kekkia.

TANNLÆKNAÚTBÚGVINGIN Á PALACKY UNIVERSITETINUM Eg lesi á 7. semestri, sum er mítt fjórða og næstseinasta ár. Útbúgvingin er ein master, tekur 5 ár, ber heitið MDDr. (medi­cinae dentium doctor) og er viður­ kend í Evropa og Norðurlondum. Und­ir­ vís­ing­in er á enskum, men vit skulu eisini duga okkurt grundleggandi kekkiskt fyri at kunna tosa við sjúklingar. Útbúgvingin er deild upp í tveir part­ar – ein ástøðiligan og ein klin­isk­ an part. Tey fyrstu trý árini snúgva seg um ástøði­liga part­in og fyrireiking til tann kliniska part­in av tannlækna­yrk­ in­um. Vit lesa sam­an við teim­um lækna­les­andi, og sam­stund­is læra vit eisini, hvussu tað verð­ur arbeitt í eini tann­lækna­stovu. Høvuðs­læru­ grein­irn­ar í ástøðiliga part­in­um eru anatomi, evnafrøði, lívfrøði, fysio­logi, bio­kemi, farmakologi, pato­logi og mikro­biologi. Øll fakini eru skip­aði so­leið­is, at dentur verður lagdur á høvd, háls og serliga munn. Á fjórða árinum eru vit nú loks­ ins far­in í gongd við at arb­eiða dag­liga við sjúkl­ing­um. Klin­iski part­ur­in inniber í høvuðs­heit­um at kanna og diagnosti­sera sjúkl­ingar, geva munnliga heilsufrøði­liga frá­læru, taka røntgenmyndir, fylla hol, reinsa fyri tannstein og mangt ann­að. Í kom­andi summar­frí­tíð skulu vit eisini gjøgn­um­ føra eina starvs­læru, sum merkir, at vit skulu arb­eiða hjá einum tannlækna í umleið 30 tímar. Og hetta ber til at gera heima í Før­oy­um. Eg bleiv eitt sindur bilsin, tá eg byrj­aði á tannlækna­lesnað­in­um, tí í hvørjum faki høvdu vit hvørja viku eina lítla roynd, sum snúði seg um evnið tann dagin. Tað er eis­ini møti­skylda til teir allar flestu tím­arn­ar. Tað var stravið at venja seg við, men tað ger so, at eg eri fyrireikaður til hvønn tíma. Eitt gott við at lesa á einum universiteti, har enskt er høvuðsmálið, er, at floks­ felagarnir kunnu koma allastaðni frá. Tey flestu koma úr Onglandi, men fólk koma

eisini úr Kýpros, Kanada, Egypta­landi, India, Íslandi, Russlandi og Taiwan. Tað vil siga, at tað er lætt at víðka heims­ sjónarringin, tí tað eru so nógv ymisk fólk við so ymiskum mentanum.

So um tað ikki eru lestr­ar­ møguleikarnir, sum draga teg til Kekkia, so vil eg, ið hvussu so er, viðmæla at royna eina kalda kekkiska øl – helst úr krana

og friðaligur býur við nógvum góð­um mat­stov­um, barrum og kaffi­hús­um. Tær almennu ferðaleiðirnar eru sera góð­­ar, og tað er bíligt at ferðast runt í Olomouc, eins og tað er bíligt ferð­ast til aðr­ar stórbýir kring Mið­evropa. Og so er tað eisini lætt at finna eina góða íbúð mitt í býnum fyri ein rími­ lig­an prís. Kekkia hevur eina ríka øl-søgu. Tað var í býnum Plzeň, at tann fyrst pilsn­ ar­in varð bryggjaður. So um tað ikki eru lestr­ar­møguleikarnir, sum draga teg til Kekkia, so vil eg, ið hvussu so er, viðmæla at royna eina kalda kekkiska øl – helst úr krana.

MÍN DAGLIGDAGUR

OLOMOUC/KEKKIA Kekkiska málið er slaviskt og líkist russ­isk­ um. Tey flestu av teimum ungu tosa og skilja enskt, meðan tey eldu ættarliðini duga lítið og einki enskt. Tíbetur fingu vit und­ir­vísing í kekkiskum, har vit lærdu um grundina í málinum og týdn­ing­ar­ mikil orð, sum ofta verða nýtt í eini tann­ lækna­stovu. Hetta er fyri, at vit kunnu hava ein dialog við kekkisku sjúklingarn­ ar. Ein lærari ella kekkiskur næmingur eru eisini altíð til staðar fyri at hjálpa, um tað skuldi verið nakað viðvíkjandi málinum. Olomouc er ein lítil býur við einans 150.000 íbúgvum og umleið 25.000 av teimum eru lesandi á universitetinum. Tað verður sagt, at Olomouc er sum Prag uttan ferðafólkið. Ein deiligur, hugnaligur

Daglig­dagurin hjá mær fer mest við at vera í skúla og við at lesa. Í skúlanum er ein góður lesisalur, sum er opin alt døgn­ið. Her dámar mær væl at brúka lestr­ar­tíðina, tí nógvir næmingar eru á skúl­an­um, og tí ber altíð til at spyrja hvønn annan, um har er okkurt, sum tú ikki skilur. Annars sparki eg fótbólt eina ferð um vikuna saman við vin­monn­un­um. Og tað verður eisini skipað fyri fót­bólts­dyst­ um, har leikt verður ímóti øðrum uni­ versitetum runt í Kekkia. Um tú hevur áhuga fyri at lesa lækna­frøði ella tannlæknafrøði, vil eg við­mæla at lesa í Olomouc. Støðið er høgt, umstøðurnar eru góðar, og SU røkk­ur langt. Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við meg, um tit hava spurn­ ing­ar.

79


LESANDI UTTANFYRI KONGARÍKIÐ

SZCEZCIN

AT LESA TIL LÆKNA

Í PÓLLANDI FREMMANT, STUTTLIGT OG AVBJÓÐANDI

Mia Heinesen Læknalesandi á Pomorski Uniwersytet Medyczny w Szczecinie Búsitandi í Szczecin

80

Pomorski Uniwersytet Medyczny w Szczecinie. Tað er navnið á uni­versi­tet­ in­um í Póllandi, har eg lesi til lækna. Eg haldi, at navnið sigur eitt sind­ur um, hvussu tað er at lesa her, og um fyrsta inntrykkið, sum eg fekk av býn­ um – fremmant, nokk so stuttligt og av­bjóð­andi. Í 2010 varð eg útbúgvin stu­dent­ur av máls­ligu deild. Eg hevði havt lív­frøði á hástigi, og har byrjaði mín áhugi fyri lær­uni um menniskjakroppin. Í hes­um tíð­ar­skeið­in­um arbeiddi eg eisini á ein­ um eldrasambýli, og mær dámdi væl at arbeiða við fólki og at hjálpa í­búgv­ un­um við ymsum, ið tey høvdu tørv á. Og so dámdi mær eisini væl at hava eitt arbeiði, har eingin arbeiðs­dag­ur var líka, og har eg var fysiskt aktiv. Um hetta mundið byrjaði eg so at droyma um at lesa til lækna. Av tí at eg eri máls­lig­ ur studentur, mátti eg fyrst at fara til Keypmannahavnar at supplera neyð­ ugu fakini uppá 1 ár, og síðan søkti eg tey næstu tvey árini inn til medisin og tannlækna (sum ikki var dreymurin, men nokk so tætt uppá) í Danmark. Men eg slapp ikki inn. Eftir tað hoyrdi eg so, at tað eisini var ein møguleiki at lesa medisin

Eg assisteri til artroskopiska skurðviðgerð (eg slapp at slípa eitt sindur av menniskja, yey).


í Póllandi. Eg helt, tað ljóðaði ordiliga spennandi, og tað fór eg beinanvegin at kanna nærri. Eg søkti so inn til skúlan í Póllandi og fekk at vita, at eg var sloppin inn. Endiliga!

TEY FYRSTU ÁRINI RÆTTILIGA STRÆVIN Í september 2013 byrjaði eg so at lesa medisin á PUM í Szczecin. Í byrjanini virk­ aði alt rættiliga fremmant, sum serliga var vegna málinum. Men eftir at eg var komin uppá pláss í íbúðini, og eftir at eg lærdi mínar floksfelagar at kenna, byrjaði eg skjótt at trívast. Fólk frá fleiri ymiskum londum ganga á skúlanum. Størsti parturin er úr Norra, Týsklandi og Svøriki, og nú haldi eg, at Føroyar liggja nummar fýra á listanum. Eisini eru tað nøkur úr m.a. Finnlandi, Kanada, Kina og Kirgistan. Tey fyrstu trý árini á skúlanum eru – sum eg haldi nógv vita – rættiliga stræv­ in. Man sleppur ikki ordiliga út á nak­að sjúkra­hús at síggja, hvussu lækna­lív­ið veru­liga er. Eg varð totalt útkoyrd av hes­um lítið áhugaverdu, men neyðugu, læru­grein­unum – serliga á 2. ári. Tá má eg siga, at eg umhugsaði at gevast nakrar fáar ferðir. Men tað eri eg ótrúliga glað fyri, at eg ikki gjørdi! So skjótt tú byrjar á 4. ári, sleppur tú út á klinikkir hvønn dag at fylgjast við læknunum og at arbeiða við sjúklingum. Øll vitanin, sum man hevur fingið tey fyrstu árini, kemur nú veruliga í brúk í gerandisdegnum.

SLEPPI AT ASSISTERA TIL SKURÐVIÐGERÐIR Nú gangi eg á 5. ári, og tað er enn ótrúliga spennandi. Vit eru umleið 30 næmingar í hvørjum flokki, sum so hava seminar saman. Til praktisku tímarnar verða vit vanliga býtt upp í bólkar við trimum ella fýra næmingum í hvørjum bólki. Mær dámar sera væl, at vit eru í so smáum flokk­um, tí tað ger tað lætt at spyrja lækn­an um eitthvørt, og øll, sum ynskja tað, sleppa framat. Mær dámar best at vera á skurðdeildini, og har er tað eisini ser­liga gott, vit eru í smærri bólkum, tí so sleppi eg at assistera til skurðviðgerðir og minni viðgerðir. Um tú bara heldur teg fram­at, so eru læknarnir sum oftast sera hjálp­sam­ir og dáma væl at læra frá sær. Í fjør og í ár havi eg verið í praktikk

Uttanfyri nefrologisku deild. T-shirtirnar vísa, at læknarnir stuðla teimum læknunum, som mótmæla við hungursverkfalli ymsastaðni í Póllandi.

á Landssjúkrahúsinum (LS), sum mær dámdi ótrúliga væl. Sjálv havi eg ikki al­tíð verið sikkur í, um tað er nóg spenn­ andi ella avbjóðandi at arbeiða í Før­oy­ um, men eftir at hava verið í praktikk á LS og sæð gerandisdagin hjá lækn­ un­um har heima, so havi eg møguliga broytt meining. Mær dámar sera væl samanhaldið millum starvsfólkini, og av tí at LS er eitt minni sjúkrahús, so verður arbeiðsdagurin meira fjølbroyttur við ymsum avbjóðingum. Av hesi orsøk haldi eg, at tað er týdningarmikið, at føroyingar sleppa at taka KBU í Føroyum, so at tey vita, hvussu tað er at arbeiða har heima.

GOTT SAMANHALD MILLUM NÆMINGARNAR Men sjálvandi brúka vit ikki alla tíðina uppá skúla og at lesa. Næmingarnir frá skúl­an­um skipa fyri nógvum tiltøkum hvørt ár; t.d. talentshowi, bowling-kapp­ ing­um, halloween-veitslum, jóla­borð­ haldi og fótbóltskappingum. Hetta gev­ ur eitt gott samanhald millum okk­um næm­ing­ar og er ein góður máti at loyva okk­um at taka pausu frá lesnaðinum eina løtu. Vit føroyingar hava somuleiðis eisini

tvær fastar veitslur um árið. Stutt eftir skúlabyrjan bjóða vit nýkomnu før­oy­ ing­un­um vælkomnum til Szczecin við at fara út at eta saman, og meðan øll eru heima í jólafrítíð, so verða øll biðin um at taka føroyskan mat og drekka við sær aftur til Szcezcin, og so skipa vit fyri eini føroyskari veitslu eftir jól. Hesi bæði kvøldini eru nøkur av mínum ynd­is­ kvøld­um á árinum, tí tað er altíð so ótrú­ liga hugna­ligt og so góður stemn­ing­ur. Flest øll møðast viðhvørt av at snakka enskt ella norskt allan dagin, og tí er tað deiliga avslappandi at møtast og tosa okkara egna mál og njóta før­oysk­ an mat og drekka. Tey, sum eru úr hin­ um londunum, flenna eitt sindur eft­ir okkum, tí eingin annar sleppur við til okkara „eksklusivu“ veitslur – hetta kvøld­ ið vilja vit bara snakka føroyskt.

MITT Í EVROPA Eg haldi, at tað, ið mær dámar best við at búgva her, er, at eg lætt kann ferðast til ymisk støð í Evropa. Berlin liggur bert tveir tímar vekk, so eg kann lættliga fara hagar ella flúgva víðari onkustaðni. Eisini kann eg lætt og bíliga taka tokið til tær ymsu, vøkru polsku býirnar.

81


LESANDI UTTANFYRI KONGARÍKIÐ

FASHION DESIGN

í Monda HVÍ SPANIA?

Durita Jógvansdóttir Thomsen Lesur Fashion Design á Marbella Design Academy Búsitandi í Monda í Andalusia, Suðurspania

82

Eg visti ikki heilt, hvat eg vildi, men eg vildi fegin royna okkurt nýtt, og Dan­ mark virkaði mær ikki nóg á­huga­vert. Eg hugsaði, at Spania kundi verið ein møgu­ leiki, tí eg hevði spanskt á studenta­skúl­ an­um, og mær dámdi tað væl og gjørdi nógv við tað. Eg royndi at leita online eftir ymsum útbúgvingum í Spania, men tað var uttan eydnu. Eg havi altíð verið kreativ og vildi tí fegin hava eina kreativa útbúgving. Men avlíkavæl helt eg tað ikki vera so skilagott, tí framtíðin er jú í so óstabil fíggjarliga. Men aftaná eitt prát við ein føroyskan næming, sum gekk á Marbella Design Academy, fekk eg mót uppá at gera eina roynd at søkja inn á skúlan avlíkavæl. Eg søkti og slapp so inn; og fáar mánaðir áðrenn eg skuldi avstað, so gjørdi eg so endaliga av, at eg fór. Í januar 2015 flutti eg til Monda, sum er ein lítil fjallabygd í Andalusia við umleið 2000 íbúgvum, sum tosa lítið og onki enskt. Skúlin bjóðar út tríggjar ymsar út­búgv­ing­ar; fashion design, graphic design og interior architecture. Eg lesi fashion design, og í desembur 2017 fái eg mína bachelor of arts úbúgving í fashion design.

MONDA

HVUSSU VAR AT FARA ÚR FØROYUM OG KOMA TIL SPANIA? Tað at flyta einsamøll til eitt ókent land við ókendum máli og ókendari mentan var rættiliga ræðandi. Og sjálvt um eg dugdi hampiliga væl enskt, so var tað kortini ræðandi, at undirvísingin skuldi vera á enskum, og at mítt daliga mál skuldi vera enskt. Tá eg skuldi til Spania, komu beiggi mín og systir mín við at hjálpa mær at fáa alt uppá pláss, men longu eftir eina viku, so fóru tey avstað, og so var eg púra


Eg kenni meg heldiga at vera føroyingur, tí tað eru ikki øll sum fáa so góðan stuðul. Onnur á skúlanum eru nevniliga noydd at taka stór lán, ella mugu foreldrini gjalda fyri, at tey kunnu taka útbúgvingina einsamøll. Tað var øgiliga løgið. Her vóru fleiri føroyingar, men eg kendi ongan. Men eg fann skjótt útav, at fólk eru sera vinarlig, og eg kom eisini skjótt at kenna fleiri, sjálvt um eg ikki eri nakað serliga framlig sum persónur. At formulera meg á enskum var ikki lætt og at royna at skemta á enskum riggaði bara slett ikki í byrjanini. Men nú í dag kemur enskt lættari til mín enn danskt, sum eg annars eisini tosi flótandi.

HVAT ER GOTT VIÐ HESUM STAÐNUM? Eg havi so nógv gott at siga, men tað sum mær dámar allarbest er lívstílurin her, og hann eg haldi, at nógv fólk kundi lært nógv av. Spaniólar eru nevniliga sera avslappaðir og stúra so at siga ikki. Fólk eru eisini vinarlig og siga til dømis altíð „Hola“, tá man gongur forbí hvønn annan á gøtuni. Alt kennist heimligt – eisini skúlin. Marbella Design Academy er ein lítil skúli við næmingum úr allari verðini, og av tí at skúlin ikki er so stórur, so kemur man at kenna so at siga øll, og harafturat verður undirvísingin eisini meira persónlig. Man kann altíð fáa fatur á lærarunum, um tørvur er fyri hjálp við onkrum. Verðrið er eisini gott so at siga hvønn dag, og tað hevur sjálvandi eisini stóran týdn­ing, tí tað lættir bara um alt. Nát­ túr­an her er eisini ótrúliga vøkur og in­ spirerandi, so Monda er eftir mínum tykki eitt sera gott stað til ein design skúla. Eg havi annars funnið mær vinir fyri

lívið, havi lært nógv um meg sjálva og ann­ars um verðina, fólk og mál. Og har­ afturat havi eg eisini skjótt fingið mær eina bachelorútbúgving! Tað, sum ger tað møguligt hjá mær at ganga í skúla í Spania, er stuðulin frá Studna í Føroyum. Eg kenni meg heldiga at vera føroyingur, tí tað eru ikki øll sum fáa so góðan stuðul. Onnur á skúlanum eru nevniliga noydd at taka stór lán, ella mugu foreldrini gjalda fyri, at tey kunnu taka útbúgvingina.

HVAT ER MINNI GOTT VIÐ HESUM STAÐNUM? Monda liggur eitt sindur avsíðis, og tað kann vera stravið, um man ikki hevur bil. Tað kemur oftari enn so fyri, at man skal eitt lítið ørindi at keypa okkurt, tí tað ikki fæst í Monda. Her er nevniliga rættiliga gamaldags – handlarnir hava ikki allar vanligar gerandisvørur sosum sórruma ella fríska mjólk. Og man kann heldur ikki gjalda við korti, so man má hava

83


LESANDI UTTANFYRI KONGARÍKIÐ

reiðan pening at gjalda við. Men man venur seg skjótt við tað, og nú haldi eg bara, at tað er sjarmerandi. Eitt minus er eisini, at húsini eru ser­ liga bygd til summarið, sum jú er sera heitt her. Húsini hava einki hita­system, alt er flisar og annað, sum riggar væl um summ­arið, men um veturin kann tað blíva rætti­liga kalt. Frá desembur til febru­ar sovi eg tí við tjúkkum náttklæðum og hita­teppi, og eg eri ofta noydd til at sita inni í vetrarklæðum. Sjálvt um har eru el- og gasshitarir, so hjálpir tað ikki so væl, og tað er ov dýrt at hava tendrað alla­tíð. Í hesum tíðum koma ommusa ull­intu hálvhosir tí væl við. Men alt í alt haldi eg, at tað er gott at uppliva at búgva her. Tað lærir man nógv av bæði so og so.

HVUSSU ER EIN VANLIGUR DAGUR? Ein vanligan dag í Monda fari eg í skúla um morgunin, har eg eri til umleið kl 16 ella 17. Og um vit eru í gongd við at seyma okk­urt, so eri eg ofta í skúla til seint út á kvøld­ið. Hvørt ár hevur man ymisk fak inn­an ymisk øki – nøkur meira handalig og onnur meira handilsrelateraði – og fyri

84

Eg haldi, at tað er so deiligt at hava møgu­leik­an at fara út ein túr og sita og njóta veðrið uttan, at tað kostar serliga nógv hvørt ár verður støðið á teimum ymisku fak­un­um hækkað. Árliga skal man snið­ geva eina kollektión av klæðum og gera alt frá byrjan til enda – frá hugskoti, til tekningar, til telduarbeiði (photoshop, illu­strator ella InDesign), til seyming, til mynda­tøku og styling, og til síðst fáa vit eisini møguleikan at vísa klæðini fram á einum árligum fashionshowi á skúl­ anum. Vit arbeiða nógv sjálvstøðugt og hava rættiliga fríar teymar til at gera alt tað, sum vit vilja, og lærararnir stuðla

okkum í at menna okkara egna hugflog og í at skapa okkurt serstakt. Eftir skúlatíð fara vit ofta á café ella barr við vinfólki ella við øðrum næm­ing­ um. Eg haldi, at tað er so deiligt at hava møgu­leik­an at fara út ein túr og sita og njóta veðrið uttan, at tað kostar serliga nógv. Um tíð er til tað, so sita vit ofta leingi og práta og spæla spøl. Annars fara vit onkutíð eisini á strondina í Marbella fyri at sleppa vekk frá bygdalívinum og smáu umstøðunum í Monda eina løtu.


Tak arbeiðsloysisstuðilin við tær Nú kanst tú søkja starv í Føroyum ella Danmark og fáa arbeiðsloysisstuðulin við tær. Sum arbeiðstøk/ur við rætti til arbeiðsloysisstuðul kanst tú frá fyrsta arbeiðsloysisdegi taka arbeiðsloysisstuðulin við tær úr Danmark til Føroya, ella øvugt, tá tú fert at leita eftir arbeiði. Tú kanst leita eftir arbeiði í upp til 3 mánaðir við rætti til arbeiðsloysisstuðul. Hesi rættindi fevna eisini um persónar, ið hava rætt til danskar dimittenddagpengar, millum annað føroyingar, sum eru limir í donskum a-kassa og hava lokið útbúgving.

!

Tað er týdningarmikið, at tú setir teg í samband við a-kassan í Danmark, áðrenn tú flytur til Føroya, ella ALS, um tú flytur til Danmarkar.

Tinghúsvegur 14 • Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn Tel +298 349 550 • Faks +298 349 551 • T-postur als@als.fo

sansir.fo

Leita eftir starvi í Føroyum ella Danmark



Lesandi í Føroyum

F I N S E N VA R F Y R S TA S T I G I Ð – M E N N Æ R K E M U R N Æ S TA ?

/ 88

ÚTBÚGVINGAR Í FØROYUM

/ 90

RÁÐ TEIRRA LESANDI

/ 92

E I T T F R Ó Ð S K A PA R S E T U R M E R K T AV S PA R I N G U M O G I VA

/ 94

BETRI FOKUS Á ÚTBÚGVING

/ 95

S TA R V S V E N J I N G Á F R Ó Ð S K A PA R S ­ ETRINUM Í SAMBANDI VIÐ HEIMSPEKISGREININA B U R Ð A R­D Y G N I S­H E I M S P E K I Í P R A K S I S

/ 96

87


LESANDI Í FØROYUM

FINSEN VAR FYRSTA STIGIÐ

– men nær kemur næsta? PASTELLITTIR VEGGIR, ÓDISKRETIR RADIATORAR, HØGT UPP TIL LOFTIÐ OG HASIN TRAPPUGELENDARIN Í GONGINI, SUM VIT SUM BØRN ALTÍÐ SKREIDDU OMAN EFTIR. JA, MINNINI FRÁ TÍÐINI SUM NÆMINGUR Í KOMMUNUSKÚLANUM Í HAVN LIVNA AV ÁLVARA UPP AFTUR, TÁ IÐ EIN TRAÐKAR INN Í NÝGGJU LESTRARÍBÚÐIRNAR Í FINSEN.

88


N

ú er tað ikki longur, tí eg skal til tíma, at eg fari inn í gamla Kommunuskúlan, men tí eg skal heim til mín sjálvs.

EIN SMAKKIROYND UPPÁ EITT VERULIGT FØROYSKT LESTRARLÍV 15. januar fluttu fyrstu íbúgvarnir inn í Finsen, og eg var so heppin at vera ein teirra. Staðsetingin er idéell fyri ung fólk, og íbúðirnar eru lekkrar at vera í. Tað, at lesandi langt um leingi kunnu savnast, er eitt stórt stig á leiðini at menna Føroyar sum lestrarstað. Tað bæði skapar lív í býin og hevur eina jaliga ávirkan á trivnaðin hjá teimum lesandi. Tað er harðliga tiltrongt, at vit, sum lesa í Føroyum, fáa slíkar lestraríbúðir. Í flest øllum øðrum býum við universiteti eru eisini lestrarbústaðir, og hetta er nakað sum ger, at tey ungu velja at lesa har. Og tá vit nú hava sæð, at tað er trupult hjá ungum lesandi at staðsetast í Føroyum, so kemur hetta serliga væl við.

Tó er tað ikki í tráð við hvørt annað, at somu myndugleikar, sum fortelja okk­um, at lesn­að­ur er fulltíðaryrki, ikki vilja gera tað møgu­ligt hjá okkum lesandi at hava lesn­aðin fulla tíð EIN BATI FYRI BANKABÓKINA Tað eru í alt 33 íbúðir í Finsen, harav 20 íbúðir eru eitt-rúms íbúðir, 11 eru tveyrúms íbúðir og so eru tvær íbúðir, ið hava fýra rúm. Prísurin á íbúðunum liggur millum 3300 og 8400 kr um mánaðin. Mín íbúð er ein 34 kvm íbúð við hemsi, og leigan er 3800 krónur um mánaðin,

alt íroknað. Tað er væl bíligari, enn hvat eg fyrr havi leigað fyri privat. Hóast 3800 krónur ikki er nógv í mun til marknaðarprísin á íbúðum í dag, so mugu vit minnast til, at studningurin til lesandi einans er 4315 krónur um mánaðin. Tað vil siga, at í mínum føri verði eg noydd til at arbeiða afturat lesn­ að­in­um, um eg skal hava ráð til rinda leigu, mat, bøkur og aðrar útreiðslur, sum hoyra gerandisdegnum til. Ikki tí – eg eri so mikið heppin at hava eitt fantastiskt lestrarstarv, sum eg eri glað fyri, og sjálvt um eg ikki hevði verið noydd til tað, so hevði eg nokk arbeitt har hóast alt. Tó er tað ikki í tráð við hvørt annað, at somu myndugleikar, sum fortelja okk­um, at lesn­að­ur er fulltíðaryrki, ikki vilja gera tað møgu­ligt hjá okkum lesandi at hava lesn­aðin fulla tíð.

Barbara Gaardlykke Apol Lesur Búskaparfrøði á Setrinum Búsitandi í Føroyum

MUGU IKKI GLOYMA TEY, IÐ ENN LEIGA FYRI OKURSPRÍS Víðari ber eisini til at seta sjón­eyk­una longri út og staðfesta, at vit, sum leiga frá almenna bús­tað­ar­felagn­um, eru sera heppin í mun til tey, ið noyðast at leiga privat. Til dømis ber til at leiga eina lestr­ ar­íbúð frá privatum útleigara, sum er helvt­ina minni enn mín íbúð í Finsen, og sum kostar meira, enn mín íbúð kostar. Hetta skapar ein ójavna mill­um føroysk lesandi, og tí hev­ur tað skund at byggja fleiri lestraríbúðir til ein lestr­ar­vin­ar­ligan prís. Tað skal ikki vera soleiðis, at tað bara eru tey hepnu, ið sleppa at trívast sum lesandi í Føroyum, men heldur skulu vit stremba eftir at gera Føroyar til eitt lokkandi lestrarstað fyri okkara ungu. Vit eru hóast alt dundrandi eftirbátar í tí kappingini, vit eru í um okkara ungdóm – og tíverri er tað bara framtíðin hjá Føroya landi, ið kemur at tapa uppá hetta.

89


LESANDI Í FØROYUM

ÚTBÚGVINGAR Í

FØROYUM HER SÆST EITT YVIRLIT YVIR TÆR ÚTBÚGVINGAR, IÐ VERÐA BJÓÐAÐAR ÚT Í FØROYUM. NÆRRI KUNNING UM ÚTBÚGVINGARNAR FÆST Á HEIMASÍÐUNUM HJÁ ÚTBÚGVINGARSTOVNUNUM.

SETRIÐ

Masterútbúgvingar

VINNUHÁSKÚLIN

Bachelorútbúgvingar

M.A. í føroyskum máli og bókmentum

Skipari

B.A. í føroyskum

M.A. í løgfrøði

Skipsførari

B.A. í søgu

Masterlæra í politikki og umsiting

Maskinistur

B.Ed. í undirvísing

Masterlæra í sosialvísindum og samfelagsplanlegging

Maskinmeistari

Masterlæra í søgu

Maskinmeistaraaspirantur

B.Ed. í námsfrøðiligum arbeiði B.Sc. í búskaparfrøði B.Sc. í havlívfrøði B.Sc. í KT-verkfrøði

M.Sc. í fólkaheilsu M.S.Sc. í West Nordic Studies

B.Sc. í mýlalívvísindum

GLASIR Byggitøkningur

B.Sc. í orkuverkfrøði

HJÁNÁM

Fíggjarbúskapur

B.Sc. í orkuvísindum

Føroyskt

Framleiðslutøkni

B.Sc. í orkuvísindum og støddfrøði

Støddfrøði

Marknaðarførslubúskapur

B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði

Diplom í Leiðslu

B.Sc. í vistfrøði

AÐRAR ÚTBÚGVINGAR

B.S.Sc. í politikki og umsiting

Ph.d.

B.S.Sc. í sosialvísindum og samfelagsplanlegging

Stakgreinalestur Eftir- og ískoytisútbúgvingar Faroese Summer Institute

90

Skipsføraraaspirantur

HD

HEILSUSKÚLIN Heilsuhjálpari Heilsurøktari


les.fo | studyinfaroeislands.com


LESANDI Í FØROYUM

lesandi RÁÐ TEIRRA

ENDAMÁLIÐ HJÁ RÁÐI TEIRRA LESANDI (RTL) ER AT UMBOÐA LESANDI Á SETRINUM OG AT RØKJA TEIRRA ÁHUGAMÁL Í SAMSTARVI VIÐ SETURSLEIÐSLU, UNDIRVÍSARAR OG ONNUR STARVSFÓLK Á STOVNINUM. Í SAMLAÐA RÁÐNUM SITUR EITT UMBOÐ OG EITT EYKAUMBOÐ FYRI HVØRJA DEILD. AFTURAT HESUM ERU LOKAL RÁÐ TEIRRA LESANDI Á HVØRJARI DEILD.

R Turid Christophersen Lesandi á Masterlæru, søgu og samfelagsdeildin Búsitandi í Tórshavn

áð teirra lesandi heldur til í kant­ in­uni á Námsvísindadeildini, har lesandi hava møguleika fyri at gera bólkaarbeiði og taka sær av løttum. Seinastu árini hevur ráðið serliga arbeitt við at betra um lestrarumhvørvið, eitt nú við at skipa lestrarráðini á deildunum og at seta í verk mentorskipan. Ráðið skipar fyri Seturskafe hvørt fríggjakvøld og pubquiz eina ferð um mánaðin. RTL hevur virknan leiklut í: • Lestrarráðunum á deildunum, sum eru ráðgevandi eindir undir dek­an­in­ um, ið millum annað umrøða út­búgv­ ing­ar­endamál og meta um góðsku á útbúgvingum. Lestrarráðið er mannað við undirvísarum og lesandi. • Akademiska ráðnum, sum er ráð­ gev­andi eindin hjá rektaranum. Aka­ demiska ráðið er mannað við und­ir­vís­ ar­um, lesandi og leiðslu. Akademiska ráð­ið viðger millum annað strateg­isk­ar og fíggj­ar­lig­ar raðfestingar. • Stýrinum fyri Setrið, har tey les­ andi hava eitt umboð. Stýrið er evsti myndug­leiki á Setrinum og hev­ur á­byrgd­ina av virkseminum mót­veg­is

92

lands­stýr­is­manninum. RTL er við til at skipa fyri tiltøkum á Setrinum, mill­um ann­að innleiðsludøgum, sam­an­sjóð­ ing­ar­túr­um saman við veg­leiðar­un­um og hugna­løtum.


Tað er stuttligt at hava eitt stað at hittast fríggjadagar, har til ber at taka sær av løttum eina løtu, og práta við onnur lesandi, spæla borðtennis ella pool SAVNA LESANDI Á SETRINUM Sosialu tiltøkini hava staðið á bredd­an­ um hjá ráð teirra lesandi seinastu árini. Nógv orka er løgd í at menna Seturs kafé, sum er rikin av Ráð teirra lesandi. Kaféin hevur opið hvønn fríggjadag og áleið einaferð um mánaðin verður skipa fyri quiz í Perluni. Tað er stuttligt at hava eitt stað at hittast fríggjadagar, har til ber at taka sær av løttum eina løtu, og práta við onnur lesandi, spæla borðtennis ella pool. Samstundis er tað ein góður endi á vikuni og byrjan til vikuskifti, eisini hóast skúla­ting standa á skránni til viku­skift­ið. Quiz kvøldini geva møguleika at hitta væl fleiri lesandi, og tað er ógvuliga bland­að og ymiskt, hvørjari deild lesandi eru frá, og tað skiftir, alt eftir hvat er á skránni hjá teimum ymisku deildunum, og ofta eru próvtøkur akkúrat lidnar ella størri upp­gáv­ur á skránni.

EIN GÓÐ BYRJAN ER TÝDNINGARMIKIL Innleiðslutúrar til nýggj lesandi er byrj­ an­in til skúlaárið fyri nógv av okkum og Ráð teirra lesandi hevur seinastu árini ment eitt samla tilboð til nýggj lesandi, sum eisini er tilpassað til tær einstaku deild­irnar. Síðsta ár var ein partur av teim­um lesandi á Sandi, har tey m.a. royndu at skaffa sín egna mat og gjørdu mat saman. Í ár vóru nógv BA lesandi í Klaksvík, har temað var fiskivinna. Árini und­an vóru nógv á Selatrað til eitt sera stutt­ligt vikuskifti við nógvum ymiskum spølum, grill kvøldi og heitum potti.

LIMIRNIR Í RÁÐ TEIRRA LESANDI ERU: Turid Christophersen Søgu- og samfelagsdeildin – Forkvinna

Sharon Sivertsen og Jógvan Vest Námsvísindadeildin

Ingilín D. Strøm og Silja Aldudóttir Føroyamálsdeildin

Umboð fyri tey lesandi í stýrinum fyri Setrið er Tráin Petursson Nónklett Søgu- og samfelagsdeildin

Katrin Dánjalsdóttir Náttúruvísindadeildin Daniella Joensen, Jórun Maria Lamhauge Dalbø og Tóra á Løgmansbø Bláhamar Sjúkrarøktarfrøðideildin

Vilt tú vita meira um Ráð teirra lesandi mail: rtl@setur.fo Facebook: Ráð teirra lesandi

Rannvá Baianstovu Søgu- og samfelagsdeildin

93


LESANDI Í FØROYUM

EITT FRÓÐSKAPARSETUR

MERKT AV SPARINGUM OG IVA Hervør Pálsdóttir Lesur B.S.Sc. í politikki og umsiting á Fróðskaparsetrinum Forkvinna í MFS Føroyar Búsitandi í Tórshavn

EITT SAMFELAG Í MENNING?

KOMIÐ OG VELJIÐ FØROYAR

Seinastu árini hevur Setrið staðið í vøkstri. Frá politiskari síðu hevur man vilj­að ment Setrið og lagt lunnar und­ir, at alsamt fleiri verða upptikin til lest­ur. Frá 2013 er næmingatalið á Setr­in­um vaks­ið við 60%. Hetta er fantastiskt fyri eitt samfelag sum Føroyar. Leingi er all­ur ung­dóm­ur­in farin av landinum at nema sær lestur, og hevur hetta merkt før­oyska sam­felagið stórliga. Nú byrjar gongdin at vend­ast. Endiliga hevur gongdin víst, at tað er populert at velja Setrið. Men nú, tá gongd­in í samfelagnum endiliga er í broyt­ing, velur man frá politiskari síðu ikki at lurta nóg væl eftir, hvat Setr­in­ um tørv­ar.

Fyri at gongdin í føroyska samfelagnum skal vendast, so at ung velja Føroyar held­ ur enn útlond, so mugu føroysk lesandi tak­ast í størri álvara. Lestrarkorini og lestr­ ar­umhvørvið má uppraðfestast mun­ andi. Fokus má setast á at gera Setrið alsamt meira kappingarført. Hetta eisini við at rað­festa lestraríbúðir, so at lesandi í Føroyum kunnu fáa ein bústað til ein sømiligan prís, og lurta eftir, tá ung vísa á, hvat samfelagnum tørvar fyri at kunna mennast enn meira.

VAKSANDI VIRKSEMI UTTAN VAKSANDI FÍGGING Í hesum tíðarskeiðnum, har næminga­ tal­ið er voksið við 60%, er fíggingin bert økt við 27%. Tað skal ikki nógv til at skilja, at hetta ikki gongur í longdini. Ynskir man, at føroyingar velja Setrið til, so má land­stýr­ið ikki velja Setrið frá. Støðan á Setrinum er álvarsom. Verður hon ikki tikin í álvara, so kemur hetta at ganga út yvir tey lesandi á Setrinum. Sum lesandi á Setrinum merkjast spar­ ing­arnar væl. Hetta merkist eitt nú við, at alsamt færri valfak verða bjóðaði út, starvslæran styttist, og hølisviðurskiftini ikki eru nøktandi. Hetta ger tað trupult at vera lesandi í Føroyum.

94

Hetta merkist eitt nú við, at alsamt færri valfak verða bjóðaði út, starvslæran styttist, og hølisviðurskiftini ikki eru nøktandi. Hetta ger tað trupult at vera lesandi í Føroyum

MFS og Ráð Teirra Lesandi á Setrinum hava fleiri ferðir verið úti alment og víst á, hvussu sparingarnar á Setrinum merkj­ ast, og hvørja ávirkan tað hevur á út­búgv­ ingina, sum vit eru í holt við. Eg siti eftir við eini kenslu av, at Landstýrið ikki hoyrir okkum ella ikki trýr uppá teir veruleikar, ið vit uppliva her. Vit, sum lesa í Føroyum, hava valt Før­ oy­ar, og nú liggur bólturin hjá Land­stýr­ in­um um eisini at velja okkum.


BETRI FOKUS Á ÚTBÚGVING BETRI SAMTAKIÐ SETIR FOKUS Á ÚTBÚGVING OG BJÓÐAR M.A. BETRI LEGAT TIL UNG UNDIR ÚTBÚGVING, FØST LESTRARSTØRV TIL LESANDI Í FØROYUM OG 3 MÁNAÐAR STARVSVENJING TIL LESANDI Á FINANSØKONOM ÚTBÚGVINGINI.

S

um part av síni samfelagsábyrgd og samfelagsgagnliga virksemi hevur Betri samtakið altíð lagt seg eftir at halda ungum til við m.a. eisini at taka næmingar inn á hvørjum ári. Seinastu árini eru átøkini víðkaði til at umfata legat, starvsvenjing og lestr­ ar­størv.

STARVSVENJING Lesur tú til finansøkonom, so ber til at søkja um at koma í 3 mánaðar starvs­ venj­ing í Betri Banka. Á hvørjum ári bjóðar Betri starvs­venj­ ing­ar­pláss, har tann lesandi fær kunn­ leika um, hvussu Betri er sum arb­eiðs­ pláss. Tann lesandi fær møguleika fyri at royna seg á teimum ymisku rakstr­ar­ økj­un­um í bankanum.

LESTRARSTØRV Ert tú lesandi í Føroyum, hevur tú møgu­ leika at søkja um lestrarstarv í Betri. Starvs­tíðin er í mesta lagi 14 tímar um vik­una í døgunum mánadag til hós­dag. Í løt­uni hava vit trý lesandi í lestrar­starvi.

BETRI LEGAT Legatið er ætlað sum stuðul til utt­an­ lands­uppi­hald í bein­leiðis sam­bandi við út­búgv­ing­ina. Betri legat er á kr. 15.000 og verður latið upp til tveim­um um­søkjar­um tvær ferðir árliga – 1. juli og 1. januar. Umsóknarfreistin er ávika­vist 15. juni og 15. desember. Les meira um Betri legat, lestrarstørv og starvsvenjing á www.betri.fo


LESANDI Í FØROYUM

STARVSVENJING Á FRÓÐSKAPAR­ SETRINUM Í SAMBANDI VIÐ HEIMSPEKISGREININA BURÐAR­DYGNIS­ HEIMSPEKI Í PRAKSIS Á VÁRI 2017 VAR TÍÐIN KOMIN AT LEITA EFTIR EINUM STAÐI Í SAMBANDI VIÐ STARVSVENJING Í LÆRUGREININI BURÐARDYGNISHEIMSPEKI I PRAKSIS (BÆREDYGTIGHEDS FILOSOFI I PRAKSIS). HENDAN GREININ ER EIN LIÐUR Í SERGREININI BURÐARDYGNISHEIMSPEKI Á AALBORG UNIVERSITETI OG HEVUR TIL ENDAMÁLS AT LÆRA LESANDI AT BRÚKA HEIMSPEKI Í VERKLIGUM HØPI. Jens Arni Leo Hammerfoss BA Heimspeki og Søgu, KA Anvendt Filosofi og Historie, Aalborg Universitet Búsitandi í Kvívík

96

Æ

tlanin hevur altíð verið at venda heimaftur til Før­oya at skriva kandidat­rit­gerð­ina um­vegis fjarlestur. So starvs­venj­ing­in varð eitt gylt høvi hjá mær, og jeg tók av. Jeg sendi umsóknir bæði til privat vinnu­rek­andi og almennar stovnar í Før­ oy­um, og jeg fekk so játtandi svar frá tveim­um stovn­um og endaði so við at velja Fróð­­skap­ar­setrið burturúr. Hetta varð gjørt eftir at hava kannað strategi­ skjal­ið hjá Setr­in­um frá 2014, har burðar­ dygni og burðar­dygg sam­felagsmenning eru aðal­mál fyri framtíðarætlanirnar hjá Setr­in­um. Avtala millum meg, Aalborg Uni­versi­

tetið og Fróðskaparsetrið bleiv und­ir­ skriv­að, og jeg fekk tveir vegleiðarar, Jes Lynning Harfeld í Aalborg og Bergur Djurhuus Hansen á Fróðskaparsetr­in­um. Av­tal­an varð, at mín starvsvenjing skuldi fevna um at legga til rættis eina stovns­ ætl­an eins og miðlahættir til Setrið við at­liti at byrðardygni. Til fakið á Aalborg Universitetinum skuldi ein uppgáva skrivast, sum fevndi um í mesta lagi 20 síður og var um mína tíð á Setrinum, og um hvussu jeg hevði brúkt heimspeki sum grundgeving fyri mínar uppgávur fyri Setrið. Jeg fekk eitt høli á Føroyamálsdeildini, har jeg kundi arbeiða, og Bergur var so


gott sum altíð tøkur til vegleiðing, um tørv­ur var á tí. Fyrstu vikunar vórðu brúkt­ ar til at greina strategiskjalið, og hvat tað inni­ber at seta tað ástøðiliga og verkliga í verk. Og hetta skuldi so leggjast fram á leiðslu­fundi á Setrinum. Á fundinum fekk jeg aftursvar og frágreiðingar um, hvat leiðslan ímyndaði sær, at hendan ætl­an­in skuldi verða, tí hóast alt so hevði jeg ikki fríar teymar. Semja og samsvarið millum okkara hugsanir varð, at mín verkætlan skuldi verða skrokkurin fyri, hvussu Setrið kann seta í verk ein burðardygga ætlan fyri stovnin og miðla burðardygni bæði á stovninum og út í samfelagið. Og hetta bleiv eisini gjørt innanfyri karmarnar av læru­greinini, har heimspekin kring burð­ ar­dygni skuldi miðlast. Ástøðiliga bleiv ætlanin tann, at skal ein stovnur íverkseta eina tílíka ætlan, so mugu ávísar reglugerðir og eitt etiskt grundarlag til at mynda verkið. Nógv er í strategiskjalinum frá 2014, sum ber á brá at líkjast „social responsilibility“, og hetta bleiv brúkt sum ávísing til, hvørjar skyldur Setrið hevur sett sær viðvíkjandi virknaði og burðardygni. Hesar skyldur blivu síð­ ani bundnar at, hvussu ein í roynd og veru íverksetur eina burðardygga ætlan á lærustovni, og hvussu tað miðlast út í samfelagið við ávísing til mannagongdir, sum til dømis John Hopkins University hevur gjørt. Verkliga merkti hetta, at reglu­gerð­ irn­ar, sum skulu tryggja, at ein tílík ætl­ an gerst haldgóð, í stóran mun mugu vera samansettar av gjøgnum­skygni, sam­starvi og eftirliti. Frá døm­in­um um John Hopkins Universitetið var greitt, at fyri­skip­in­ar­múrarnir á slíkum stovn­um mugu endurskapast til at hava størri gjøgn­um­skygni og samstarv mill­um deild­ur og myndug­leika. Somu­leiðis eis­ ini millum starvsfólk og les­andi. Hetta skal tryggja, at tá ein burð­ar­dygg ætl­ an verður skipað, kunnu tær ymisku eindirnar á einum tílíkum stovni kunna sam­skipa sínar royndir í felag uttan hind­ ur frá stig­skip­an stovnins ella akadem­ isk­um ymis­leika. Tað týdningarmesta við slíkum gjøgn­ um­skygni er í hesum føri, at eftirlit er við íverksetan – t.e. at eftirlit, sum er í tráð við

Tí utt­an eftirlit ella samskipan stýrdar av gjøgnum­skygni, sum tryggjar gongdina í ætlan­ini, so verða einfaldar og lættar loysn­ir ávístar sum eitt einkult harraboð frá leiðsl­uni uttan stórvegis virknað

heildarætlanina, er við gongdini, og at eftirkannan verður ein náttúrligur partur at hava rættlag á gongdini. Dømini frá John Hopkins ávístu eisini, at lættar og skjótar loysnir í tílíkum ætl­ an­um eru dømdar at miseydnast. Tí utt­an eftirlit ella samskipan stýrdar av gjøgnum­skygni, sum tryggjar gongdina í ætlan­ini, so verða einfaldar og lættar loysn­ir ávístar sum eitt einkult harraboð frá leiðsl­uni uttan stórvegis virknað. Hetta varð eisini ein týðandi liður í seinna partinum av uppgávuni hjá mær, tá burðarbygg miðlan og miðlahættir á Setrinum skuldu gerast. Í síðsta enda var tað heimspeki, sum var kjarnan í tí, sum skuldi miðlast, eins og heimspeki var kjarnan í frágreiðingini til Aalborg Universitetið, har eg skuldi greiða frá, hvussu jeg hevði brúkt heimspekina á Setr­in­um. Hetta var í tveimum pørtum. Fyrsti partur var, at miðlan av burðardygni er neyðturviligt tvørturum stovnseindir fyri at kunna íverkseta eina burðardygga ætlan. Í stuttum merkir tað, at deildirnar,

starvs­fólk­ið og tey lesandi mugu hava kunn­ing um og fatan av, hvat burð­ar­ dygni er, fyri at gerast partur av ætlanini og dríva verkið. Seinni parturin í hesi miðlaætlan var at miðla burðardygni út av stovninum og út í samfelagið, so samfelagið kann gagnnýta hetta. Hetta var eisini í samsvar við strategiskjalið, at Setrið framyvir veitir vitanargrundarlagið undir gransking og burðardyggari sam­ felags­menning í samfelagnum. Hetta verður fyri Setrið bæði tyngsta og lættasta uppgávan, tí í tyngra lagnum mugu nógvar lærugreinar víðkast til at fevna um burðardygni, og somuleiðis skal gransking í ein hægri mun rað­fest­ ast. Lætt­asta er, at Setrið vísir hvørja hug­ sjón, ætl­an og mannagongd, sum tað hevur í samband við burðardygni, og brúkar seg sjálvt sum dømi um miðlan av burðardygni út í samfelagið. Hesin samandráttur ímyndar í stóran mun, hvat ætlanin hjá mær inniber utt­ an, at tað gerst ov heimspekiliga turt og langdrigið.

97



Lestrar­ hjálp M Á L S L I G F Y R I­R E I K I N G A R­S K E I Ð

/ 100

U T TA N L A N D S : H V U S S U F I N N I E G B Ú S TA Ð ?

/ 102

ÍSKOYTISLESNAÐUR

/ 104

S P U R N I N G A R O G S VA R F R Á A S K

/ 106

E V O L U T I Ó N I N F R Á AT V E R A „ N Æ M I N G U R “ T I L AT V E R A „ L E S A N D I “

/ 108

TÝDNINGARMIKLIR DAGAR FYRI LESANDI

/ 109

M I N U S Á K O N T U – H VAT N Ú ?

/ 112

B E T R I L E G AT – S TA R V S L E S A N D I Á FØROYSKU SENDISTOVUNI Í BRÚSSEL

/ 114

SKIFTISLESTUR

/ 116

FINN TÍTT FELAG

/ 118

RÁÐGEVINGIN

/ 120

FORELDUR OG LESANDI:

/ 121

L E S A N D I U T TA N L A N D S , V I Ð B A R N O G Y N S K I R AT E I G A Í F Ø R O Y U M

AT V E R A L E S A N D I O G F O R E L D U R

/ 121 / 122 99


LESTRAR­ HJÁLP

MÁLSLIG

FYRI­REIKINGAR­ SKEIÐ HENDA SKIPANIN VEITIR STUÐUL TIL MÁLSLIG FYRIREIKINGARSKEIÐ TIL HÆGRI ÚTBÚGVINGAR Í IKKI ENSKT-TALANDI LONDUM – TÓ IKKI TIL DANSKT, NORSKT OG SVENSKT – OG ER ÆTLAÐ TEIMUM, IÐ HAVA ÆTLANIR UM AT LESA HÆGRI LESTUR Í HESUM LONDUM.

G Holger Arnbjerg Arbeiðir á Altjóða skrivstovuni www.setur.fo/ask Teldupostur: ask@setur.fo

jørt verður vart við, at mál­skeið­ ini skulu vera á høvuðsmálinum ella á einum av høvuðsmálun­um í land­­in­­um – tó ikki á enskum. Hægri lest­ur­in kann lutvíst ella heilt fara fram á ensk­um í tí ikki enskt-talandi land­in­um. Stuðulin verður í fyrstu atløgu veitt­ ur sum lán til skúlagjald og lán til livi­ kostn­að. Til skúlagjaldið verð­ur veitt lán, sum tó vanliga í mesta lagi er kr. 20.000. Skúlagjaldið um­fat­ar bert út­reiðsl­ur, ið hava beinleiðis við lest­ur­in at gera. Til livi­kostnað verð­ur veitt lán. Láns­upp­ hædd­in, ið verð­ur veitt hvønn mánað, er mán­aðar­liga studn­­ings­­upp­­­hædd­­­in, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lest­ur í Før­oy­um. Stuðulin verður í mesta lagi veittur í 6 mánaðir, men er tal­an um heilt fremm­ant mál, kann stuð­ul veitast í upp til eitt ár. Tað ser­liga við hesi skipan er, at um tú, innan 15 mán­að­ir eftir at máls­liga fyri­reik­ing­ar­ skeið­­ið er endað, fert undir hægri lest­­­ur á læru­stovni, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyri­reik­ ing­­ar­­skeiðnum, verða lánini um­løgd til studn­­­ing. Umleggingin verður framd, eft­ ir at tú hevur tikið próvtøk­urn­ar á fyrsta lestr­ar­ári í útbúgvingini.

TREYTIR Fyri at verða heimilað til studning eru nið­an­fyristandandi krøv til málsligu fyri­ reik­ing­ar­skeiðini: 1. Skeiðini skulu vera málsliga før­leika­ gev­andi til hægri lestur. Hetta merkir, at lut­tøkan á skeiðnum ella tann enda­

100

liga próv­tøk­an á skeiðnum er á einum tílík­um støði, at tú nært tann málsliga førleikan, ið skal til fyri at lesa á hægri læru­stovni. Skjalprógv fyri at so er má við­leggjast umsóknini. 2. Skeiðini skulu vera fulltíðarskeið við í minsta lagi 15 tímum um vikuna. 3. Skeiðini skulu eisini góðkennast av Studna.

MANNAGONGD Best er at søkja um stuðul, áðrenn farið verður á málsliga fyrireikingarskeiðið. Um­­sókn­­ar­freistin er tó fyrst úti, tá skeið­ ið end­ar.

UM­SÓKNARBLAÐIÐ „Umsókn­ar­­blað til málslig fyri­reik­ing­ar­ skeið“ verður sam­an við skjalprógvum sent Studna. Her verð­­­ur hugsað um skjal­prógv fyri, at tú fært tann málsliga før­leikan, ið skal til fyri at lesa á hægri læru­stovni. Um um­sókn­in verður játtað, fært tú sam­an við játt­an­ar­skrivinum eitt skuld­­ar­­bræv við eini upphædd, sum svar­ar til kostn­­að­in, ið Studni veitir í láni til skúla­­gjald­ið og láni til livikostnað. Tað er henda upp­hædd, ið seinni kann verða um­­løgd til studn­ing. Í fyrsta umfari rindar tú skúla­gjaldið. Skúlagjaldsparturin verð­ ur útgoldin, tá skuldarbrævið og kvitt­ an­in fyri at skúlagjaldið er goldið, eru Studna í hendi. Livikostnaðarparturin verð­­ur útgoldin mánaðarliga. Kelda: www.studni.fo


Fá 30.000 skattafrítt

Tá ið tú sum lesandi uttanlands kemur til Føroya at arbeiða í frítíðini, kanst tú fáa 30.000 tær fyrstu krónurnar skattafrítt. Hetta er ein møguleiki, sum Føroya løgting vil geva tær fyri at javnseta teg við tey, sum lesa í Føroyum. Fyri at fáa møguleikan, skalt tú søkja um hann. Tað gert tú á heimasíðuni hjá TAKS á www.taks.fo/30000. Har kanst tú eisini lesa meira um møguleikan.

ANNIJANNI

Gev gætur: Lógarliga eitur hetta at søkja um at varðveita skattskylduna í Føroyum. Hetta er ein heldur óneyv orðing, tí tú rindar framvegis tín vanliga skatt í landinum, sum tú lesur í. Talan er um eina eyka hjálp, sum Føroyar vilja geva tær sum lesandi, meðan tú ert heima og arbeiðir.

www.taks.fo


LESTRAR­ HJÁLP

UTTANLANDS:

Hvussu finni eg bústað?

KEYPMANNAHAVN

Tummas Janusarson Danielsen HA Almen á Copenhagen Business School Keypmannahavn

102

Tá lesandi velja Danmark, er ein stórur og aft­ur­vendandi trupulleiki, at hin les­andi kann hava tað torført við finna sær bú­ stað. Bú­stað­ar­neyðin í Keyp­manna­havn er stór; øll kenna óiva onkran, ið he­vur sov­ið á sofuni hjá vinum og kenn­ing­ um, ofta í fleiri mánaðar, áðrenn tey fáa møgu­leika at flyta í sín egna bú­stað. Onn­ ur enda í einum 10 m2 kamari fyri eina leigu, ið ofta liggur omanfyri SU. Eis­ini eru summi, sum verða noydd at upp­ geva/úseta lestrardreymin, fyri møgu­liga at royna aftur árið eftir, tí tá lesn­að­ur­in skuldi byrja, sótu tey utt­an tak yvir høvd­ið. Tí er umráðandi at byrja leit­an­ina eft­ir bú­stað tíðliga. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir heimasíður, har ein kann skriva seg á bíðilista til bú­ stað í Keypmannahavn. Vanligt er, at tú kanst skriva teg upp eitt ár undan lestr­ar­byrjan, og at umsóknin skal end­ur­

nýggj­ast hvønn mánað. Reglurnar kunnu broyt­ast millum ymisku listarnar. Verður tú boðin ein bústað, sum tú ikki ynskir at búgva í, mást tú vera varðin við, hvussu ofta tú kanst takka nei, áðrenn umsóknin verð­ur strikað. ›› Kollegiernes Kontor I København Kollegierneskontor.dk ›› Findbolig Findbolig.dk ›› Polyteknisk Kollegieselskab Pks.dk Aftu­rat hesum listum, velja nøkur kol­ legie at umsita umsóknirnar sjálvi. Her skalt tú tó ofta skriva eina moti­ver­aða um­sókn. Hetta kann vera ein fyri­mun­ur, tí tá er eingin áralang bíðirøð at sleppa fram­a t. Av hesum kollegienum eru


nógv, ið seta krøv um, eitt nú hvussu langt tú ert komin við lesnaðinum, og hvussu høgan miðalkarakter tú hev­ur. Hesi eru ikki tikin við í yvirlitið nið­an­f yri. Við­merkj­ast kann, at føroyingar kunnu verða undantiknir tvey ára lestrar­krav­ið á Regensen.

›› Bispebjerg Kollegiet Kollegierne.dk

AÐRASTAÐNI Í DANMARK

›› Tietgenkollegiet Tietgenkollegiet.dk

Í hinum stóru lestrarbýunum, eitt nú Aarhus, Aalborg og Odense, eru reglur fyri „boliggaranti“, har øll nýggj lesandi, ið flyta til býin, kunnu fáa framíhjárætt til bústað. Hetta hevur við sær, at nógv fáa tilluta kollegieíbúð áðrenn byrjan, og flest øll stutt eftir lestrarbyrjan. Her ber til at skriva seg upp:

›› Egmont Kollegiet Egmont-kol.dk

›› Århus www.kollegiekontoret.dk

›› Nybrogård Kollegiet Nybro.dk

›› Ålborg www.aku-aalborg.dk

›› 4. Maj Kollegiet 4maj-hassager.dk

›› Odense www.studiebolig-odense.dk

›› Kvinderegensen qr.dk

AÐRASTAÐNI

›› Herlev Kollegiet Herlevkollegiet.dk

Hvussu ein finnur bústað uttanfyri Dan­ mark er ójavnt. Tað ber til at fáa eina generella vegleiðing um flyting millum

›› Regensen Regensen.dk

norðanlond inni á heimasíðuni www. norden.org. Her ber eisini til at finna kunning um P-tal og onnur viðurskiftir, ið ein skal hava í huga, tá man flytur til eitt norðurlendskt land.   Ætlar tú til Íslands, kanst tú eitt nú skriva teg upp her: ›› Reykjavík www.studentagardar.is ›› Akureyri www.festaha.is Ætlar tú til Svøríkis, er ein vegleiðing til bú­staðarmøguleikarnar í teimum ym­ isku býunum inni á heimasíðuni www. studentochbostad.se. Í Finlandi hava tey eitt líknandi yvirlit á www.soa.fi. Umframt hetta kanst tú finna íbúður í norðurlond á. www.norden.org.   Onkrastaðni ber til at fáa út­flýggja ella víst á íbúð frá skúlanum. Tí er tað eitt gott hugskot, at seta seg í samband við skúl­ an, ið ein ætlar sær á, og spyrja seg fyri.

103


LESTRAR­ HJÁLP

ÍSKOYTIS­ LESNAÐUR Legg lærugreinar afturat bæði í Føroyum og sum fjarlestur

J. C. Svabos gøta 14.

Holger Arnbjerg Arbeiðir á Altjóða skrivstovuni www.setur.fo/ask Teldupostur: ask@setur.fo

104

VARÐ PRÓGVIÐ IKKI SUM ÆTLAÐ? HVAT SO? EFTIR LOKNA MIÐNÁMSÚTBÚGVING ER VIÐHVØRT NEYÐUGT AT LEGGJA NAKRAR LÆRUGREINAR AFTURAT FYRI AT LÚKA TILSKILAÐU KRØVINI HJÁ HÆGRI LÆRUSTOVNUM.

T

að ótrúliga er hent. Tú hevur funn­ ið dreyma­út­búgvingina! Frálíkt! Men tú lýkur ikki upptøkutreyt­ irn­ar. Kanska krevja tey støddfrøði A, enskt A ella okkurt heilt triðja. Og tú manglar júst ta læru­greinina. Fall ikki í fátt. Tú kanst altið skoyta upp í (supplera) lærugreinar – í Før­oy­um, umvegis netið ella í Danmark.

TREYTAÐ UPPTØKA Flest øll universitet loyva umsøkjarum at senda ískoytisprógvið aftan á sjálva umsóknina. Um tær manglar eina lærugrein fyri


at lúka upptøkukrøvini, kanst tú skoyta uppí í summarfrítíðini í Danmørk á ein­ um sokallaðum „turboholdi“. Hesi skeið­ ini vara í umleið fýra vikur, og tú sendir prógvið til universitetið, har tú søkir um upptøku, tá ið skeiðið er lokið. Tú kanst sostatt fáa boð um upptøku á universi­ tet­inum 30. juli treytað av, at tú stendur ískoytis­skeiðið og sendir universitetinum prógvið fyri lestrarbyrjan 1. septembur.

ÍSKOYTISLESNAÐUR Í DANMARK GSK er fyri tey, ið skulu skoyta upp í mið­náms­út­ búgv­ing­ina við einari ella fleiri lærugreinum fyri at lúka upptøkukrøvini til eina hægri útbúgving. Les meira her: http://www.gsdanmark.dk/.

Tú kanst sostatt fáa boð um upptøku á universi­tet­inum 30. juli treytað av, at tú stendur ískoytis­skeiðið og sendir universitetinum prógvið fyri lestrarbyrjan 1. septembur

SU Til ber at søkja um SU til stutt ískoytisskeið hjá GSK. Fyri at fáa SU krevst at tú hevur í minsta lagi 16 tímar undirvísing um vikuna, og at ískoyt­ is­skeið­ið ikki varar longri enn 12 vikur. Tú nýtir ikki SU-klipp til hægri útbúgving, meðan tú fært SU hjá GSK. Sí meira á www.su.dk, har tú eisini søkir SU.

UMSÓKNARFREISTIR ÍSKOYTISLESNAÐUR Í FØROYUM Um tað er pláss í flokkinum, ber til at vera stak­greina­lesandi á miðnámsskúlunum. Ein stak­g reinalesandi fylgir vanligu und­ir­vísingini hjá einum flokki í eitt ár. Tað ber til at taka eina ella fleiri læru­­grein­­ar. Søk í góðari tíð. Les­andi við heima­b úgv­a ndi børnum und­i r 10 ár koma undir lestrarstuðulsreglu­ gerð­ina um heiltíðarlestur, um tey lesa í minsta lagi 20 tímar um vik­una. Tað ber eisini til at vera sjálvlesandi. Til­ meld­­ing­­ar­freistin er í februar, og próv­­tøk­ an er í mai/juni. Sjálvlesandi kunnu fáa veg­leið­ing í upp til 3 tímar frá lær­ar­an­um í læru­greinini. Kvøldskúlin bjóðar nakrar lærugreinar, ofta tær vanligu ískoytislærugreinarnar, t.d. støddfrøði.

Ískoytisskeið um summarið: 5. juli. Ískoytisskeið um heystið: 15. august. Ískoytisskeið um várið: 1. desembur.

LUTTAKARAGJALD Undirvísingin hjá GSK er ókeypis, um tú byrjar í sein­asta lagi tann 1. oktobur tvey ár eftir, at tú ert liðug/ur við tína miðnámsútbúgving. Um­ søkj­arir, ið byrja seinni enn hetta, skulu gjalda fyri und­ir­vísingina sambært reglurnar fyri stak­ greina­undirvísing. GG! Luttakaragjaldið er kr. 450 fyri hvørja lærugrein.

DTU DTU (Danmarks Tekniske Universitet í Lyngby) hev­ur eisini serlig ískoytisskeið – les meira her: http://www.adgangskursus.dtu.dk/ Uddannelse/Suppleringskursus.

ÍSKOYTISLESNAÐUR UMVEGIS NETIÐ Ein annar møguleiki fyri ískoytislesnaði í Før­oy­um er at vera fjarlesandi, td. í Dan­ mark. Nærri kunning fæst á www.kvu. dk, ella www.vuc.nu.

105


LESTRAR­ HJÁLP

Spurningar og svar frá

Hvat skal eg hugsa um, um eg ætli mær at lesa í útlandinum?

ASK s e t u r .fo /a s k

›› Tað skal vera ein orsøk til, at tú ætlar tær at lesa í útlandinum. ›› Hugsa um, hvat tað er, sum hugtekur teg. ›› Kanna útbúgvingarmøguleikarnar gjølla. Spyr teg fyri á fleiri støðum. Bílegg kunningartilfar. Um tað ber til, so vitja staðið og tosa við fólk, sum kenna til viðurskiftini. ›› Hvørji málslig og faklig krøv eru? Lúki eg tey? ›› Byrja fyrireikingarnar í góðari tíð – helst eitt ár fyri lestr­ ar­byrjan. ›› Klári eg at vera burtur, og klári eg meg sjálvan? ›› Klári eg tað fíggjarliga, ella skal eg søkja grunnar og/ella taka lán? ›› Kann útbúgvingin brúkast har, sum eg ætli mær at brúka hana?! ›› Tosa við onnur, sum hava roynt okkurt líknandi og/ella við ein lestrarvegleiðara.

Eru nakrir vansar við at lesa í útlandinum? ›› Tað ber ikki til at vera í tveimum støðum samstundis, og tí ber ikki til at fylgja við í øllum, sum hendir í Føroyum, meðan tú ert í útlandinum. ›› Tað kann taka longri tíð at lesa í útlandinum, men tað kann eisini taka styttri tíð. ›› Tað kann vera dýrari, men tað kann eisini vera bíligari. ›› Tað kann vera trupult at venja seg við nýggja landið, og tað kann vera næstan líka ringt at koma heimaftur. Nógv fáa sonevnd „kultursjokk“. ›› Útbúgvingin kann møguliga ikki brúkast í Føroyum á tann hátt, tú ynskir tær. Hetta er tó ikki vanligt.

106

››

››

›› ›› ›› ››

›› ››

Skal eg hava gott prógv fyri at lesa í útlandinum?

Tað er altíð gott at hava eitt gott prógv, men tað er ikki altíð neyðugt við høgum próvtølum fyri at sleppa inn. Tað er ymiskt frá útbúgvingarstaði til útbúgvingarstað, hvørji krøv tey seta til upptøku og harvið prógvini. Tað er mil­lum annað ein spurningur um áhuga og tal á um­ sókn­um. Summar útbúgvingar hava serligar altjóða kvotur, sum gera tað lættari hjá útlendingum, enn hjá teirra egnu studentum, at verða tiknir upp til lestur. Summi søkja til útlandið, tí tey sleppa ikki inn í Danmark. Tú skalt søkja ta útbúgving, sum tú ynskir tær, og tú skal gera tær stóran ómak við umsóknini. Skriva eitt gott og spennandi ‘personal statement’. Vís stóran áhuga og eldhuga í allari umsóknartilgongdini. Tú kanst til dømis seta teg beinleiðis í samband við út­ búgv­ing­ar­stovnin við t-posti, telefon ella møguligari vitjan. Áhugi fyri máli og góð málslig evnir kunnu verða avgerandi fyri at fáa fylgt við í fyrstani. Jú betri prógv, jú lættari at koma inn á júst ta útbúgvingina, sum tú ynskir tær.

Hvat universitet er tað besta? Tað ber illa til at svara hesum spurningi, tí ringt er at sam­ an­bera universitetini. Tað veldst um, hvat tú ætlar tær at lesa, hvar tú ætlar tær at lesa, og hvat endamálið við útbúgvingini hjá tær er.


Tað, sum er besta loysnin fyri ein, er møguliga ikki tað besta fyri onkran annan.

„EU ‘overseas territories’ are extended the same rights as EU nationals.

Tað eru tó nakrir rankinglistar, serliga á internetium og serliga í teimum ensktmæltu londunum. Hesir skulu brúkast við fyri­ varni. Teir kunnu vera gamlir og byggja oftani á grundarlag, sum kann vera sera skiftandi frá universiteti til universitet, og oftani byggja teir á upplýsing frá universitetunum sjálvum. Minst til, at tað er ikki altíð samband millum góðsku og stóran kostnað!

Faroese nationals who come to England to study are by virtue of their status as nationals of an EU overseas territory eligible to apply for payment of EU tuition fees only.

Nýt vit og skil, tá ið tú lesur kunningartilfar frá út­búgv­ing­ ar­støðunum.

The World University Rankings: timeshighereducation.com

Skal eg taka roynd í fremmanda málinum? Tað veldst um, hvørji krøv útbúgvingarstovnurin setur og um málsligu førleikarnar hjá tær. ›› Í Norðurlondum eru ikki serlig krøv til mál. ›› Í ensktmæltum londum er A-stig í enskum nóg mik­ið summa­staðni, har tey aðrastaðni krevja tey ein test so sum TOEFL ella IELTS. IELTS kann takast í Føroyum, vanliga í mai. ›› Í ikki enskt-mæltum londum er sum oftast neyðugt at ganga til undirvísing í málinum, áðrenn mann lýkur máls­ ligu krøvini at sleppa undir lesturin. ›› Set teg í samband við útbúgvingarstaðið í góðari tíð; tey vita hvørji krøv eru til júst tær einstøku lærugreinarnar og útbúgvingarnar. ›› Les um stuðul til málslig fyrireikingarskeið hjá www.studni.fo

Reglurnar um upptøku í útlandinum eru torførar, hvussu skilji eg tær? Ja, tað er trupult at skilja allar tær ymsu styttingarnar, og tað kann vera torført at umseta tær beinleiðis til føroyskt ella danskt. ›› Sum eina meginreglu kann ein rokna við, at krøvini eru á leið tey somu sum hjá okkum, tvs. ein miðnámsútbúgving við toluliga góðum miðaltali. Harafturat kunnu vera nøkur heilt ítøkilig krøv, sum kunnu vera sera torfør at fáa greiðu á. Oftast er besti hátturin bara at søkja um upptøku, og so vita hvat hendir. Til ber eisini at skriva teldupost og stutt greiða frá tínum royndum, lærugreinum og próvtølunum, so kunnu tey kanska siga, hvørjar møguleikar tú hevur. ›› Tú skal ikki rokna við, at tað er lættari at sleppa inn á universitet í útlandinum, enn tað er í Danmark, men tað eru støð ella einstakar útbúgvingar, har munur kann vera. Nøkur universitet leggja størri dent á próvtølini í ávísum lærugreinum heldur enn miðaltalið

Hvønn tuition fee-status hava føroyingar í Stórabretlandi?

Faroese nationals who come to Scotland to study are by virtue of their status as nationals of an EU overseas territory eligible to apply for payment of EU tuition fees only, provided they are applying for a full time course and plan to graduate in Scotland“

Hvussu fær mann danskt CPR.nr. og Nem-ID, tá ið mann skal lesa uttanfyri Føroyar? LESTUR Í DANMARK Tá mann sum føroyingur flytir til Danmarkar, skal mann fyrst og fremst fara til Borgerservice-skrivstovuna í kommununi, sum mann flytir til, og boða frá flytingini til kommununa. ›› Um mann hevur danskt CPR.nr., kann mann fáa Nem-ID beinanvegin, um mann ikki hevur tað. ›› Um mann ikki hevur danskt Cpr.nr., fær mann tað so skjótt, mann boðar frá flyting til eina danska addressu, og so kann mann fáa Nem-ID. Tað kann t.d. brúkast til almennar stuðulsskipanir sum t.d. SU, sum mann kann søkja talgilt umvegis „minSU“. LESTUR UTTANLANDS ›› Um mann skal lesa uttanfyri Danmark og hevur danskt CPR.nr. í sínum passi og hevur havt addresssu, sum er skrásett í Folkeregisteret í Danmark, kann Nem-ID út­ flýggj­ast fyri 200 kr. á donsku sendistovuni í tí landinum, mann er í. Mann kann eisini fáa Nem-ID undan fráferð úr Føroyum gjøgnum Ríkisumboðið. ›› Um mann ikki hevur danskt CPR.nr. skal mann fyrst søkja SU-styr­elsen um góðkenning av útbúgvingini og uppp­ tøku á útbúgvingini, sum man skal hava góðkent um hon ikki er at finna á fasttrack-listanum hjá SU. Síð­ani skal mann søkja um SU-stuðulin á einari pappírsumsókn, og upp­tøku­brævið skal leggjast við. Eitt avrit av pass­in­um og eitt „Tro og love”-oyðublað skulu sendast saman við um­sókn­ini til SU pluss eitt skjalprógv frá kommununi fyri, at tú innan fyri tey seinastu 10 árini hevur búð í minst tvey samanhangandi ár í Føroyum/DK. So syrgir SU fyri at seta seg í samband við SKAT í Danmark, sum gev­ur tær eitt danskt Cpr.nr. ›› Fyri at fáa Nem-ID noyðist studenturin at møta persónliga hjá Borgerservice í einari danskari kommunu. Hav neyðugu skjølini, so sum CPR.nr. og pass, við. Við Nem-ID kann mann samskifta við SU ígjøgnum „minSU“. ›› Mann kann fáa bæði SU-stipendium og SU-lán við pappírs­ umsókn­um (uttan Nem-ID), men tað tekur longri tíð, enn tað ger við Nem-ID. Við danskt „nem-id“ ber til at søkja SU gjøgnum „min-su“.

Síðan ár 2007 hava Føroyingar fingið EU-Status.   Ein stytting av Bretsku lóggávuni sigur:

107


LESTRAR­ HJÁLP

EVOLUTIÓNIN FRÁ AT VERA

„næmingur“ til at vera „lesandi“ SANGURIN HJÁ TERJA RASMUSSEN „NUMMAR“ HEVUR ALDRIN ÁÐUR VERIÐ SO SANNUR, SUM HANN ER NÚ. TÚ ERT BERT EITT NUMMAR Í RÚGVUNI. TÚ ERT, SUM LESANDI, BERT EITT TAL MILLUM FLEIRI HUNDRAÐ ONNUR TØL. ÁBYRGDIN AV AT FÁA NAKAÐ BURTURÚR LESTRINUM ER TÍN, EISINI TÁ IÐ UPPRUNATEKSTURIN FRÁ MICHEL FOUCAULT GEVUR MINNI MEINING ENN FÓLKARÆÐI Í NORÐURKOREA.

A

Helena Fríða Jørmundsson Lesur B.A. í Politikki, umsiting og samskifti, Roskilde Universitet Búsitandi í Keypmannhavn

llan miðnámsskúlan og fólka­skúl­an hevur tú verið ein næm­ing­ur. Tú hevur verið í ein­um flokki, og lærarin hevur havt ábyrgd av tíni læring, men hetta steðgar nú. Evolut­iónin frá at vera næmingur til at vera lesandi er byrjað, og hon kann kók­ast niður í eitt orð, „ábyrgd“. Tú hevur nú ábyrgd av at skilja tilfarið, at møta upp og at stýra tíni útbúgving, soleiðis at hon er attraktiv fyri teg og framtíðar arbeiðsgevarar. Òttast tó ikki, tí ráð eru at heinta, tí nógv hava verið í júst tíni støðu.

Øll fróðskaparsetur hava eina inn­ leiðslu­tíð. Hetta er ein umráðandi part­ ur av tíni útbúgving, hóast hon ikki er obliga­tor­isk. Innleiðslutíðin leið­ir teg gjøgn­um nógvar av loyndum fróð­skap­ ar­set­urs­ins. Eisini er hetta ein tíð, ið er sett av til tín og restina av tínum holdi, so tit kunnu læra hvønn annan at kenna. Tann besta hjálpin, tú fært, er nevni­­liga hjálp­in frá øðrum lesandi, ið eisini sita ella hava sitið heilt ræðslusligin við ein­­um upp­runa­teksti hjá Foucault.

Næmingurin

Lesandi

›› Møtiskylda

›› Ongin møtiskylda

›› Fær spurningar

›› Hevur ábyrgd av at fyrireika og endurlesa tilfarið

›› Fær síni skúlating skipaði ›› Tosar um vitan ›› Arbeiðir evnisorienterað ›› Alment mál

›› Skal sjálvur skipa tilfarið og finna supplerandi tekstir ›› Argumenterar og dokumenterar fyri vitan ›› Arbeiðir trupulleikaorienterað ›› Yrkismál – t.d. akademiskt mál

108


Í FØROYUM:

Týdningarmiklir dagar JANUAR

Umsóknarfreist: Skipari (Tórshavn)

OKTOBUR

Umsóknarfreist: Akademiútbúgving

Umsóknarfreist: Skipsførari Freist at søkja Betri legat

Umsóknarfreist til starvslestur um várið á føroysku sendistovunum og aðalráðunum í Føroyum

Umsóknarfreist: Framleiðslutøkningur

NOVEMBUR

Umsóknarfreist: Byggitøkningur

Umsóknarfreist: Heilsuhjálpari

FEBRUAR Til ber at søkja fíggjarligan stuðul frá Granskingarráðnum innan gransking í føroyskum viðurskiftum. Sí meira á www.gransking.fo

Umsóknarfreist: Heilsurøktari

JULI

MARS Umsóknarfreist: Gymnasialt miðnám

Umsóknarfreist: Húsarhaldsskúlin

Umsóknarfreist: Bachelor á Setrinum (kvota 1) Umsóknarfreist: Master á Setrinum

Umsóknarfreist: FHS yrkisnám

DESEMBUR Umsóknarfreist: Maskinistur

Umsóknarfreist: Teldustøðingur Umsóknarfreist: Tekniskt yrkisnám

Umsóknarfreist: Maskinmeistari Umsóknarfreist: Akademiútbúgving

Umsóknarfreist: Dugni skúli Umsóknarfreist: Heilsuhjálpari Umsóknarfreist: Tilvirkisatstøðingur

Umsóknarfreist: Skipari (Tórshavn) Umsóknarfreist: HD 1. partur (upptøka annaðhvørt ár) Umsóknarfreist: HD 2. partur (upptøka annaðhvørt ár)

Umsóknarfreist: Grundskeið til skipsatstøðara Jobmatch í Norðurlandahúsinum

Umsóknarfreist: Klædnaatstøðingur Umsóknarfreist: Diplom í leiðslu (upptøka annaðhvørt ár)

APRÍL Umsóknarfreist: Bachelor á Setrinum (kvota 2) Umsóknarfreist til starvslestur um heystið á føroysku sendistovunum og aðalráðunum í Føroyum

Freist at søkja Betri legat

Umsóknarfreist: FHS fjarlestur

UMSÓKNARFREISTIR TIL STUÐUL

Umsóknarfreist: Marknaðarførslubúskapur

VANLIGUR LESTRARSTUÐUL 31. desembur hjá teimum, ið byrja um heystið

AUGUST

30. juni hjá teimum, ið byrja um várið

Aðalfundur hjá MFS (Ráðið)

MAI

MINST TIL:

Umsóknarfreist: Grundskeið til skipsatstøðara

SEPTEMBUR Umsóknarfreist: Fólkaháskúli Føroyanevndin hjá MFS hevur aðalfund

JUNI Umsóknarfreist: Maskinistur

Markleys útbúgving

– Skúla kort. Føroysk lesandi kunnu fáa skúlakoyrt umframt 20 % avsláttur, um ein kann framvísa galdandi prógv um at vera lesandi. – Ó-kort. Tað er møguligt at fáa al­ skyns av­sláttur við at bíleggja eitt Ó-kort. – Hetta er ókeypis.

Umsóknarfreist: Maskinmeistari Hetta yvirlitið er einans upplýsandi, og MFS frátekur sær tí alla ábyrgd, um tú missir eina freist. Hetta yvirlitið er einans gjørt fyri at upplýsa teg um, hvørjir møgu­leikar eru, og hvat er gott at minnast til.

109


LESTRAR­ HJÁLP

Týdningarmiklir dagar FYRI LESANDI UTTANFYRI FØROYAR: JANUAR Umsóknarfreist: UCAS í UK

FEBRUAR Ræstkjøtaveitslan hjá MFS í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

25. er flaggdagshald á Regensen í Keypmannahavn og hjá øðrum føroyingafeløgunum runt í landinum

MAI IELTS – ensk málroynd

Send inn prógv um supplering, um tú hevur fingið treytaða upptøku á útbúgving við vetrarbyrjan og supplerar um heystið/veturin

JUNI

Til ber at søkja fíggjarligan stuðul frá Granskingarráðnum innan gransking í føroyskum viðurskiftum. Sí meira á www.gransking.fo

Seinasta freist at søkja um ferða­ stuð­ul frá Studna hjá teimum, ið byrj­aðu at lesa um heystið, er 30. juni

Freist at søkja Betri legat

Freist at søkja Erasmus+

JULI MARS „Opið hús“ á Københavns Universiteti. Møguleiki at vitja allar útbúgvingar á skúlanum. Umsóknarfreist til kvotu 2 fyri lesandi, sum ætla sær til Danmarkar.

Umsóknarfreist til hægri læru­ stovnar í Danmark (kvota 1) Skjalprógv fyri kvotu 2 til fak, ið ikki vóru staðin innan 15. mars

Ársuppgerðin kemur í skattamappuna. Um tú hevur føroyafrádrátt, skal hesin setast inn. Uppgerðin skal rættast áðrenn 1. mai.

Freist at boða frá á optagelse.dk, at mann er tilmeldaður supp­ler­ings­ skeið komandi summar ella heyst (GG! at tú kanst bert supplera um heystið, um tú søkir inn á út­búgv­ ing, ið byrjar um veturin. Um tú søk­ir inn á medisin, er freistin tó fyrr (mars), og tú skalt boða sjálvum skúlanum frá)

Um tú hevur inntøku úr Føroyum, er freistin at uppgeva hesa 1. juli

Svar upp á umsókn til hægri lærustovn í Danmark

APRÍL

Almannakunngering av hvørjar útbúgvingar hava tøk pláss

Umsóknarfreist til Flogvit Umsóknarfreist til starvslestur um heystið á føroysku sendistovunum og aðalráðunum í Føroyum

Freist at søkja pláss, ið enn vóru tøk 28. august, og sum byrja í august/ septembur Ultimo: Svar um tú fært eitt standby-pláss í DK hesa lestrarhálvuna

SEPTEMBUR Aðalfundur hjá MFS í Keypmannahavn Lestrargongan í Keypmannahavn

OKTOBUR Flogvit Umsóknarfreist til starvslestur um várið á føroysku sendistovunum og aðalráðunum í Føroyum

NOVEMBUR Freist at søkja tøk pláss til diplomingeniørútbúgving, ið byrjar í januar/februar DK Forskotsuppgerðin fyri árið eftir sæst í skattamappuni. Um tú hevur føroyafrádrátt, kanst tú seta hann á uppgerðina

DESEMBUR Jobmatch Freist at søkja Betri legat

AUGUST Pisudagar Aðalfundur hjá MFS

110

Freist at taka av lestrarplássi í Danmark

Freist at søkja um ferðastuðul hjá Studna hjá teimum, sum byrjaðu at lesa um várið, er 31. desembur


Minst til: At fáa tær danskt CPR-nummar! Tá tú meldar flyting til Danmarkar fært tú eitt danskt CPR-nummar. Tað krevst tó, at tú verður skrá­sett/ ur á einum bústaði. Í Danmark krevst CPR-nummar til næstan alt, frá NemID, at søkja um SU til telefonhald.

Minst tá til at gera p-talið virkið, áðrenn tú skalt hava løn í FO.

Um tú ert forsyrgjari, kanst tú fáa eitt fyribils CPR-nummar soleiðis at tú kanst skriva á stovn í góðari tíð. (G.G. fyri at barnið kann byrja á stovni, skal tað hava fingið eitt „ordiligt“ CPR-nummar)

Hevur tú lestrarstarv (ella annað starv) > minst til at søkja um føroyafrádrátt hjá SKAT.

At søkja um lestrarstuðul í góðari tíð. Tú kanst søkja um SU ein mánaða áðrenn, tú kanst fáa SU, tvs. at um tú byrjar at lesa í september, kanst tú søkja 1. august. Tú hevur møguleika at søkja um eyka klipp, um tú ert seink­að/ur orsakað av studentapolitiskum arbeiði (DK). Minst til at skattaskráseta teg hjá SKAT tá tú ert fluttur/flutt, so tú rindar rættan skatt beinanvegin At søkja kollegie (Kollegiernes Kontor, FSB, findbolig.nu, o.s.fr.) – Tað er týdningarmikið at gera hetta í góðari tíð í teimum størru lestrarbýunum. Um tú boðar TAKS frá, at tú vilt varðveita fulla skattaskyldu í FO, fært tú somu skattafyrimunir sum heimalesandi, um tú t.d. kemur heim at arbeiða í feriunum. Sí meir á http://www.taks.fo/fo/ borgari/skattur/at-vardveita-fullaskattskyldu-i-foroyum/ (mai)

Tekna tær eina trygging! Tær týdningarmestu eru innbúgvstrygging, ábyrgdartrygging og ferðatrygging.

Kanna um eitt lestrarfelag er, ið umboðar tína útbúgving. Føroysk lestrarfeløg eru á RUC, CBS, løgfrøði, sálarfrøði, humaniora, búskaparfrøði o.s.fr. í Keypmannahavn. Í partinum um „Lesandi uttanlands“ í hesum blaðnum er møguligt at síggja, hvussu tú setir teg í samband við títt lestrarfelag ella føroyingafelag. Kanna um eitt føroyingafelag er har, sum tú flytur til. Skriva teg upp í einum A-kassa í minsta lagi 12. mánaðir, áðrenn lesturin er liðugur fyri at fáa dag­ pengar longu fyrsta mánaðin, tú ert liðug/ur. Ger hetta eisini, um tú ætlar tær heim beint eftir lesturin,, tí tú kanst taka arbeiðsloysisstuðulin við tær til Føroya í upp til tríggjar mánaðir. Far í ein felagsskap ella felag, ið umboðar tína útbúgving, t.d. Djøf, Dansk Magisterfelag ella IDA. Tað er ofta ókeypis at vera limur, meðan tú lesur, og feløgini bjóða ofta eitt nú lagaligar tryggingar og ráð og hjálp at søkja starv.

Er lesturin hjá tær ikki í enskt­ talandi talandi londum, hevur tú møguleika at søkja fígging til eitt málsligt fyrireikingarskeið (áðrenn lesturin). Sí meira á heimasíðuni hjá Studna. Um tú søkir inn á eina útbúgving í Danmark seinast tvey ár eftir, at tú ert liðugur við tína „Adgangsgivende eksamen”/ miðnámsskúlaútbúgving, verður títt miðaltal faldað við 1,08. Uddannelsesloft: Í Danmark er lóg um „dobbeltuddannelse“ við­tikin, ið merkir, at lesandi, ið hava eina útbúgving, ikki longu kunnu taka eina útbúgving afturat, ið er á sama stigi. Fleiri útbúgvingar eru tó undantiknar, so sum støddfrøði og software. Tó eru fleiri undantøk – minst tí til at kanna gjølla, hvørjar reglur eru galdandi. Verður tú innkallaður til danska hernaðartænastu, minst so til at søkja um undantaksloyvi, um tú ikki ynskir at fara í herin Ynskir tú at tosa við títt lestrarstað, og møguliga vitja skúlan sjálvan, hava flest øll lestrarstað opið hús. Kanna nær títt lestrarstøð hevur opið hús.

Hetta yvirlitið er einans upplýsandi, og MFS frátekur sær tí alla ábyrgd, um tú missir eina freist. Hetta yvirlitið er einans gjørt fyri at upplýsa teg um, hvørjir møgu­ leik­ar eru, og hvat er gott at minnast til.

111


LESTRAR­ HJÁLP

Á KONTU –Hvat nú?

s Tummas Janusarson Danielsen HA Almen á Copenhagen Business School Keypmannahavn

112

o kom tann stóri dagurin. Tú bleiv upp­tikin á dreymaútbúgvingina og hevur fingið tillutað kollegie­ kam­ar. So er bara eftir at pakka kuffert­ið og keypa flog­ferðaseðilin. At búgva á Oyra­sunds­kollegienum, sum so mong onn­ur føroysk lesandi, kennist næst­an sum ein dreymur. Alt er nýtt og spenn­ andi í hesum fremmanda býi. Fyrstu vik­u rn­a r er nógv sosialt virksemi á skránni, og nýggj vinarbond verða knýtt á studien­um, samstundis sum tú finnur saman við øðrum føroyingum, ið eisini eru flutt til Keypmannahavnar. Sum mánað­irn­ir ganga, byrjar pengapung­ urin at blíva klænri og klænri. Skjótt mást tú ásanna at SU ikki røkkur heilt so langt sum væntað. Tað kennist, sum tað einans eru tvær loysnir; antin fært tú tær eitt arbeiði, ella mást tú taka SU-lán. Eitt lestr­ar­starv er eitt gott ískoyti, bæði fyri at lætta um tey fíggjarligu kor­ini, og ikki minst fyri starvsroyndirnar. Um hvørki arbeiði ella lán ljóða freist­andi, er eisini ein triðja loysn, at leggja eina fíggj­ar­ætlan. Fyri at leggja eina fíggjarætlan, er fyrst neyðugt at gera upp, hvørjar fastar inn­ tøkur og útreiðslur tú hevur. Í hesum døm­in­um ganga vit út frá, at SU er ein­

asta inntøka. SU fyri 2018 er ásett til 6.090 kr. fyri skatt. Eftir eru uml. 5.300 kr. Av føst­um inntøkum er húsaleigan tann størsta, og harafturat kemur so trygging, tele­fon, og medielicens. SU . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.200 kr. Húsaleiga . . . . . . . . . . . . . 2.500 kr. Trygging . . . . . . . . . . . . . . . . 80 kr. Telefon . . . . . . . . . . . . . . . . 120 kr. Licens . . . . . . . . . . . . . . . . 200 kr. Lesandi kunnu ofta fáa bíligar trygg­ing­ar í­gjøgn­um fakfeløg, ið eru knýtt at teim­ um ym­isku lestrargreinunum. Prísir eru ym­isk­ir, men ein innbúgvstrygging kost­ ar um­leið 80 kr. um mánaðin. Húsa­leig­ an, ið vit hava tikið støði í, er á leið tað, ein 1 rúms kollegieíbúð kostar. Prísmunurin á teimum ymisku kollegienum kann vera heilt stórur; úr 1.900 kr. upp í omanfyri 5.000 kr. Flestu telefonhald kosta um 100 til 150 kr., og flest øll umfata óavmarka sms og telefon, og nøkur GB data. Til ber at vera eyka sparsamur, og fáa sær eitt talutíðarhald og halda nýtsluna so lága sum møguligt, men hetta mink­ ar alt ov nógv um gagni av yvirhøvur at hava telefon. Í Danmark skulu øll, ið hava tól, sum móttaka sjónvarp, útvarp


og internet, gjalda medielicens. Tann víðagitni licensmaðurin gongur úr hurð í hurð og kannar, um tú hevur tílík tól. Um tú ikki er heima tá hann kemur, roynir hann aftur um nakrar mánaðar. Um tú aftur ikki er heima tá, er ikki nógv annað hann kann gera. Við hesum føstu útreiðslunum eru 2.300 kr. eftir. Av hesum mást tú seta tær á­vís­ar upphæddir av til ymisk enda­ mál, so sum sosial tiltøk, ítriv, og ikki minst mat. Ikki er nógv eftir á kont­uni, og tí er tað umráðandi at gera sær greitt, hvussu pengarnir skulu raðfestast. Nøk­ur kollegie hava egið fitnesssentur, har tú antin ókeypis, ella fyri ein bíligan penga, kann íðka, heldur enn brúka 250 kr. til fitness­wold. Ikki er tað øll, ið ganga í fit­ness, men tað er gott fyri kropp­in, so hev­ur tú møguleikan at venja ó­keyp­is, ella bíliga, kann tað sterkt við­mælast. Á Oyra­sunds­kollegien­um kostar eitt fitness­hald umleið 80 kr. um mán­að­an. Vilt tú ganga í býnum hvørt viku­ skifti, mást tú kanska liva av breyði og nuddl­um. Nógv­ir kaffétúrar verður skjótt ó­meta­liga dýrt, meðan ein kaffimunnur heima hjá vin­kon­uni, kann gerast upp í oyr­um. Ein meting kundi verið 500 kr. til sosial enda­mál, so sum kaffétúrar, veitslur og bý­túr­ar. Hetta er nokk til ølirnar til viku­ skift­ið, men ikki á vertshúsinum. Minst til, at ein øl í Fakta kostar bert ein brotpart av einari á Skarv. Um tú ert roykjari, mást tú gera upp við teg sjálvan, hvussu nógv sigarettin hevur at siga. Ein hálvur pakki um dagin er 600 kr. um mánaðin – meira enn ein fjórðingur av tí tøka peninginum. Køni lesarin ivast helst í, hví eingin trans­portpostur ­er í útreiðsl­un­um om­ an­fyri. Svarið er einfalt: í Danmark súkkla øll, allastaðni. Keyp tær eina bíliga brúkta súkklu, og tú sparir pengarnar inn aftur innan tveir mánaðir. Tó er gott at seta eitt sindur til síðis til transport, til tá veðrið ikki er av tí besta. Um vit siga 100 kr. er tað fýra túrar aftur og fram við metroini. Eftir hava vit 1.620 kr., ella 54 kr. um dag­in. Keypir tú mat á kantinuni á skúl­ an­um, er næstan ikki ráð til annað, tá tú kemur heim. Tí er umráðandi, at tú hevur egnan matpakka við, tá tú hevur lang­ar dagar við undirvísing ella á bóka­savn­in­ um. Keypir tú rætt inn, og planleggur

mat­skránna fyri komandi dagarnar, kann 54 kr. vera ríkiligt, og tú kanst við góð­ari samvitsku bíleggja eina pitsu, tá sunnu­ dagurin einans skal brúkast á sofuni. Ert tú hinvegin ein av teimum sum fer til handils dagliga, tá tú ert vorðin svang/ ur, eru líkindini stór fyri, at tú keypir ov nógv, sum tær ikki tørvar. Tað er bæði lætt og bíligt at kóka eina stóra grýtu av chili con carne við nógvum bønum, og bara kóka nýtt rís hvønn dag, og harvið er døgurðin komandi dagarnar tryggjaður. Innkeypið kann lættliga vera tann mest varierandi útreiðslan millum lesandi, tí leggur tú tær eina góða ætlan fyri vikuna, ella mánaðin, eru nógvir pengar at spara, meðan onnur ikki skilja, hvussu tey hava brúkt so nógv. Afturat øllum hesum koma tær ó­vænt­ aðu og skiftandi út­reiðsl­urn­ar. Hes­ar kunnu vera klæðir, skúla­bøk­ur, tann­ lækna­rokn­ing­ar, og heilivágur. Tann­

lækna­rokn­ing­ar kunnu skjótt leypa upp í fleiri túsund krónur. Eitt lívsforbrúk av tann­tráði kostar allarhelst áleið tað sama sum at orna nøkur fá hol í tonnunum. Ym­iskt er millum fólk, hvussu ofta klædna­skáp­ið skal skiftast út, og hvønn heili­vág ein hevur tørv á. Hesum er ringt at taka hædd fyri, og tí má tað gerastí tí ein­støku figgjaætlanini. Hvørt semest­ur skalt tú keypa nýggjar skúlabøkur. Her er nógv at spara, um bøkurnar verða keypt­ar brúktar. Bókaútreiðslurnar eru sera skiftandi millum út­búgving­arn­ar, og hvussu langt tú ert komin. Tað kann vera alt frá undir 1.000 kr. til yvir 4.000 kr. Við hesum skiftandi útreiðslunum er greitt, at torført er at fáa allar end­arn­ar at røkka saman við SU. At enda kann nevnast, at ein­hvør fíggjar­ætl­an gerst nógv lættari, um fleiri peng­ar leggjast afturat. Royn tí at fáa tær eitt lestrarstarv.

113


LESTRAR­ HJÁLP

Betri Legat

– Starvslesandi á føroysku sendistovuni í Brússel „PERSÓNLIGA HAVI EG ALTÍÐ HAVT EIN DREYM UM AT GERAST STARVS­ LES­ANDI Á EINARI FØROYSKARI SENDI­STOVU. TÁ EG BYRJAÐI AT LESA Á BACHELORINUM, HEVÐI EG LONGU SETT MÆR FYRI, AT EG SKULDI FULLFØRA HETTA MÁL­IÐ, ÁÐRENN EG VARÐ LIÐUG VIÐ LESNAÐIN.“

Lív Egilsdóttir Olsen Kandidat í fyrisiting, Roskilde Universitet Búðsitandi í Keypmannahavn

114

M

ín útbúgving á kandidatinum leggur upp til, at ein kann velja fara í starvslestur tað síðsta árið heldur at ganga í skúla. Hjá mær var einki iva­mál – eg ætlaði mær avstað í starvs­ lest­ur. Eg ynskti nevniliga, at útbúgvingin kundi bjóða mær eina meira praktiska tilgongd til frálæru, soleiðis at eg kundi

samantvinna mín lesnað við ta vitanina, sum eg hevði nomið mær á skúlanum. Mín áhugi fyri politikki og føroyskum við­ ur­skift­um sum heild gjørdi, at eg valdi at fara í starvslestur á føroysku sendistovuni í Brússel. Eitt perfekt stað fyri meg, har eg veruliga fekk foldað meg út á tí politiska økinum og ikki minst at síggja, hvussu


Tað er sera mennandi at búgva í einum øðrum landi, tí tú lær­ur teg sjálva betur at kenna og ver­u­liga fært eina fatan av, hvør tú ert, og hvat tú vilt vit arbeiða við føroyskum viðurskiftum úti í heimi. Eg hevði lisið um Betri Legat og hugs­ aði við mær sjálvum, at eg mátti søkja. Tað er eingin loyna, at tað er fíggjar­liga tungt at fara í starvslestur, tí starvs­tíð­

in er ó­lønt. Undir lesnaðinum havi eg arb­eitt, so nú skuldi eg einast liva av SU, tá starvstíðin byrjaði! Tíbetur var eg so hepp­in at fáa Betri legatið, og tískil bleiv starvs­tíðin nógv lættari í allar mát­ ar. Lega­tið hevur gjørt tað møguligt hjá mær at fokusera meira uppá tað fak­liga enn tað fíggjarliga, og tað hevur verið fan­tast­iskt. At fara í starvslestur er ómeta­liga menn­andi og spennandi. Eg havi ment meg ótrúliga nógv fakliga og ikki minst persón­liga. Tað er sera mennandi at búgva í einum øðrum landi, tí tú lær­ur teg sjálva betur at kenna og ver­u­liga fært eina fatan av, hvør tú ert, og hvat tú vilt. Eg havi fingið nýggjar altjóða vin­ir, sum eg ongantíð hevði fingið, um eg ikki fór í starvslestur. Starvslesturin hev­ur somuleiðis ment mínar førleikar inn­an­

fyri eitt øki, ið eg veruliga havi áhuga fyri. Uppi­haldið í Brússel hevur opnað nýggj­ar hurðar, sum eg annars ikki hevði fing­ið at­gongd til. Og harumframt havi eg fing­ ið eitt innlit í, hvussu Føroyar sam­­starva við út­heimin, og hvussu altjóða politikk­ur í veru­leik­anum verður framdur. Eg kann avgjørt viðmæla øllum at fara uttanlands í starvslestur. Tað er fan­ tast­iskt, at føroyskir stovnar stuðla og leggja lunnar til slíkt. Tað hevur leingi ver­ið tørvur á legatum í Føroyum, so tað er gleðiligt, at Betri gongur á odda og strimbrar tey ungu í at fara avstað.

Stuðulsmøguleikar frá Studna Studningur til livikostnað • miðnám: kr. 1.838 ella kr. 3.815 um mánaðin • hægri útbúgvingar: kr. 4.315 um mánaðin • styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar: kr. 4.315 um mánaðin Lán til livikostnað • í mesta lagi kr. 2.419 um mánaðin Ferðastudningur innanoyggja • ókeypis ferðaseðil við bussi aftur og fram í skúla hvønn dag Bókastudningur • kr. 3.642 um árið Vistarhaldsstudningur • kr. 2.544 um mánaðin Barnastudningur • kr. 1.000 um mðr. pr. barn

tlf. 20 40 60 ax 20 40 FO-110 www.studni.fo

Barnsburðarfarloyvisstudningur • kr. 3.815 ella kr. 4.315 um mánaðin Ískoytisstudningur til einsamallar uppihaldarar • kr. 1.532 um mánaðin

Endalán • kr. 6.734 um mánaðin í 11 mðr. Gjaldsskúlastudningur • í mesta lagi kr. 80.000 um árið Gjaldsskúlalán • í mesta lagi kr. 80.000 um árið Ferðastudningur uttanlands • til Danmarkar kr. 1.500 • aðrastaðni í Europa kr. 3.100 • aðrastaðni í heiminum kr. 4.100 • harafturat fæst ferðastudningur fyri børn Verkætlanarstudningur • í mesta lagi ferðastudningsupphæddin Stuðul til málslig fyrireikingarskeið • hoyr nærri

www.studni.fo

115


LESTRAR­ HJÁLP

SKIFTIS­ LESTUR SUM LESANDI Í FØROYUM HEVUR TÚ GÓÐAR MØGULEIKAR AT TAKA EITT SKIFTI – VANLIGA ½ ÁR – Í EINUM ØÐRUM NORÐURLENDSKUM ELLA BALTISKUM LANDI.

Æ

Holger Arnbjerg Arbeiðir á Altjóða skrivstovuni www.setur.fo/ask Teldupostur: ask@setur.fo

116

tlanin við Nordplus-skip­an­un­um er at styrkja norð­ur­lendska-balt­ iska felags­skap­in og samleikan við støði í søgu­ligu, mentanarligu, demokrat­isku felags­­­eyð­kenn­un­um hjá lond­­un­­um. Skip­an­irn­ar eru ætlaðar til undir ­vís­ing á øll­um stigum. Endamálið við Nord­plus Videre­gå­ende er at styrkja flytføri og sam­starv millum hægru læru­stovn­arn­ar hjá lut­takandi londunum. Grønland, Áland og Føroyar luttaka á jøvn­um føti við teimum fimm norð­­ur­ lendsku og trimum baltisku lond­un­um, sum eru við í Nordplus-skipanini. Tá tú fert av­stað við Nordplus-skipanini, fært tú eitt ókeyp­is lestrarpláss og har­aft­ur­ at stuðul til ferð og uppihald. Lestrar­ uppi­hald í Norð­ur­lond­um fara oftast í­gjøgn­um Nordplus-skipanina, sum er sett saman av fakligum netverkum. Um títt fak ikki hevur eitt net­verk í Nord­plus, kanst tú søkja um at fara ígjøgn­um „Det tværfaglige net­værk, Nord­lys“. Spyr á www.setur.fo/ask – ask@setur.fo – Altjóða Skrivstovan.

MANNAGONGDIN KANN VERA HENDAN: Tú finnur eitt útbúgvingarstað og kann­ar møgu­leik­arn­ar fyri at søkja inn til tað, sum tú kundi hugsað tær. Tað, sum tú søkir inn til, skal vera góðkent framm­ an­undan av tínum lestrarstaði, so­leið­is at tín lestrartíð ikki verður longd, og títt út­lendska lestraruppihald verður part­ur av tín­um lestri. Les meira um Nord­plusskip­an­irn­ar her: www.nordplusonline.org

ERASMUS+ FYRI LESANDI Í ES- OG EBS-LONDUM Skiftislestur í einum øðrum evropeiskum landi? Hevur tú hug at taka ein part av tí útbúgving, ið tú ert farin í holt við, í einum øðrum landi í Evropa, so er tað vert at umhugsa Erasmus+ skipanina. Erasmus+ skipanin er partur av „Lívs­ long Læring“, ella „Lifelong Learn­ing Programme“ (LLP), ið er ein út­búgv­ing­ ar­skipan hjá ES. Við hesi skipan hev­ur


Serskráin Erasmus er flaggskipið hjá ES innan hægri útbúgving. Skipanin eggj­ar lesandi og starvsfólkum á hægri læru­stovn­um at taka part av útbúgving síni ella at arbeiða á universiteti í øðrum ES-landi í eitt tíðarskeið Evropa Kommissiónin megnað at savna øll síni fjølbroyttu átøk innan út­búgv­ ing og upplæring í eina samlaða heild við heit­in­um: „The Lifelong Learning Programme“. Serskráin Erasmus er flaggskipið hjá ES innan hægri útbúgving. Skipanin eggj­ar lesandi og starvsfólkum á hægri læru­stovn­um at taka part av útbúgving síni ella at arbeiða á universiteti í øðrum ES-landi í eitt tíðarskeið. Talan kann m.a. vera um lesnað sum skiftisnæmingur, mál­skeið, intensiv skeið, fyrireikandi fund­ir, verkætlanarsamstarv og umbýti av lær­ar­um og øðrum starvsfólki. Við Erasmus+ ber til dømis til at koma á eitt ókeypis lestraruppihald á út­lendsk­ um lærustovni í 3–12 mánaðir og at søkja námsstyrk á umleið 200 evrur til eyka­ útreiðsl­ur um mánaðin. Treytin er, at lest­ur­in á útlendska lærustovninum er

partur av útbúgvng tíni á tí stovni, har tú ert innskrivað/ur, og at hesin lest­ur er góðkendur av fakulteti tínum framm­ an­undan. Erasmus+ avtalur millum ym­isk uni­ versitet í Evropa eru van­liga tengd­ar at ávís­um læru­greina­økj­um, so tí kunnu smá­vegis frávik vera frá lærugrein til læru­grein. Á onkr­um fakulteti ber til at søkja um eitt Erasmus+ skiftis­uppi­ hald eftir einum ári, men í flestu førum skal ein hava lisið í minsta lagi tvey ár – og ofta longri enn tað – áðrenn ein kann fara í holt við skiftislesnað við hesi skip­an. Skipanin er bert gald­andi í ES-londum og londum, sum eru við í EBS-sam­starv­inum (EBS stendur fyri Evrop­iskt Búskaparligt Samstarv). Um tú ert áhugað/ur í hesi skipan og ert les­­andi á einum universiteti, ið er við í Erasmus+ samstarvinum, so skalt tú seta teg í samband við Altjóða Skrivstovuna. Tey hava fastar mannagongdir við um­ sókn­um o.ø hesum viðvíkjandi og drúg­ var royndir við vegleiðing á økinum. Les meira um møguleikar, upptøkukrøv, lut­ takara­lond, praktisk viðurskifti, roynd­ir hjá øðr­um, umsóknarfreist o.a. á: http://ec.europa.eu/education/lifelonglearning-programme/erasmusen.htm

KUNNU LESANDI Á SETRINUM FARA ÚT Í HEIM VIÐ ERASMUS+? Nei, ikki við Erasmus +, men lesandi í Før­ oy­um hava aðrar og góðar møguleikar at fara út í heim sum skiftislesandi. Vegna ver­andi støðu Føroya viðvíkjandi ES ber ikki til hjá lesandi á Fróðskaparsetri Før­ oya at søkja stuðul umvegis Erasmus+ skip­an­ina, men um tú ert les­andi í Dan­mark, Bretlandi ella øðr­um ES- og EBS-landi, so ber til hjá tær at gagn­ nýta hesa skipan. Tó skal und­ir­strik­ast, at um lesandi á Fróð­skap­ar­setri Før­oya t.d. ynskja at taka eina lestrarhálvu (ella eina hálva lestr­ar­hálvu) í einum øðr­um landi á sama hátt sum ein Erasmus­les­ andi – t.e. sum ein góðskrivaðan part av tí út­búgving, ið tú ert innskrivað/ur á í Før­ oyum – so er hetta avgjørt ein møgu­leiki, ið er verdur at hava í huga og gagnnýta. Tosið við deild tykkara um hesar møgu­ leik­ar, ella setið tykkum í samband við Altjóða Skrivstovuna. Søkjast kann um stuðul frá Studna til hetta endamál. Nærri upplýsingar um stuðul til skiftislestur fært tú á www. studni.fo.

117


LESTRAR­ HJÁLP

FINN TÍTT FELAG KEYPMANNAHAVN Niðanfyri er eitt yvirlit yvir hvørji føroysk lestrarfeløg eru í Keypmannahavn, og hvussu tú kanst seta teg í samband við teg.

FÚL

Føroyskir útisetar á Løgfrøði Facebook síða: Felag fyri Føroysk juralesandi Facebook bólkur: FÚL – Føroyskir Útisetar á Løgfrøði

Instagram: humla.kbh Teldupostur: humlamail@gmail.com BÚK

Búskaparfrøðilesandi í Keypmannahavn Facebook-bólkur: BúK KADK

Teldupostur: felag.foroysk.juralesandi@ gmail.com

Føroyingar á Det Kongelige Danske Kunstakademi for Arkitektur, Design og Konservering Facebook-bólkur: Føroyingar á KADK

HUMLA

LÍK

Føroysk Humanioralesandi á Amager Facebook-síða: www.facebook.com/ humlafo/

Læknalesandi í Keypmannahavn Facebook-bólkur: Læknalesandi í Keypmannahavn (LíK)

Instagram: juralesandifo

118

Facebook-bólkur: HUMLA – Føroysk Humanioralesandi á Amager

Instagram: laeknalesandifo

SÁL

Teldupostur: nevndin.lik@gmail.com

Føroysk Sálarfrøðilesandi Facebook-bólkur: SÁL – Føroysk Sálarfrøðilesandi

Røkk

Heimasíða: www.psykolog.fo

Føroysk lesandi á Roskilde Universitet Facebook-síða: Røkk – føroysk lesandi á Roskilde Universitet Samvinnan

Føroysk lesandi á CBS Facebook-síða: Samvinnan – føroysk lesandi á CBS Teldupostur: samvinnan@yahoo.com Instagram: samvinnan Heimasíða: www.samvinnan.com

Teldupostur: sal@psykolog.fo SjÚK

Sjúkrarøktafrøðilesandi Útisetar í Keypmannahavn Facebook-bólkur: SjÚK Instagram: sjuk.kbh Teldupostur: sjuk.mail@gmail.com VÁS

Verkfrøðingar á Slættanum Facebook-bólkur: VÁS – Verkfrøðingar á slættanum Teldupostur: verkfrodingar@gmail.com


FØROYINGAFELØG Í DANMARK Niðanfyri er eitt yvirlit yvir nøkur av føroyingarfeløgunum í Danmark.

Ein bólkur er fyri føroyingar í Danmark samlað. Tað er:

Facebook bólkur: Føroyingar í Danmark Aalborg

Facebook síða: Álaborg Facebook bólkur: Álaborg Teldupostur: alaborg@alaborg.fo Heimasíða: www.alaborg.fo

UTTANFYRI DANMARK

Aarhus

Hirtshals

Svendborg

Facebook síða: Føroyingarfelagið í Aarhus

Facebook bólkur: Føroyingar í Hirtshals

Facebook bólkur: Føroyingar í Svendborg

Teldupostur: aarstova@aarstova.fo

Horsens

Sønderborg

Facebook síða: Føroyingarfelagið í Horsens

Facebook bólkur: Føroyingar í Sønderborg

Facebook bólkur: Føroyingar í Horsens

Mið- og Veseturjylland

Facebook bólkur: Føroyingar í Århus Esbjerg

Facebook síða: Føroyingarfelagið í Esbjerg

Keypmannahavn

Teldupostur: foesbjergdk@gmail.com

Facebook síða: Føroyingar í Keypmannahavn.

Heimasíða: www.esbjergfo.dk

Odense:

Fyn

Facebook bólkur: Føroyingar í Odense

Facebook síða: Føroyingafelagið á Fyn Teldupostur: felagid@fyn.fo Heimasíða: www.fyn.fo

Facebook síða: Føroyingar í London

Facebook bólkur: Føroyingar í suðursvøríki

Brighton

Spania

Facebook bólkur: Føroyingar í Brighton

Facebook bólkur: Føroyingar í Spania

Reykjavík Facebook síða: Føroyingafelagið í Reykjavík

Glasgow

Týskland

Føroyingar í Glasgow

Teldupostur: foroyingafelagid@gmail.com

New Zealand

Berlin Facebook bólkur: Føroyingar í Berlin

Ísland

Facebook bólkur: Föroyingar í Reykjavík Bretland

Facebook bólkur: Føroyingar í Bretlandi og Írlandi

Facebook bólkur: Føroyingar í New Zealand Noregi

Bergen Facebook bólkur: Føroyingar í Bergen

Vestursjælland

Facebook bólkur Føroyingar í Vestursjællandi

Facebook bólkur: Føroyingafelagið í Suðurjútlandi

Svøríki (Suðursvøríki)

Nuuk Facebook bólkur: Føroyingar í Nuuk

Heimasíða: www.brunnur.fo

Suðurjútland

London

Grønland

Facebook bólkur: Føroyingafelagið í Mið- og Vesturjyllandi

ONNUR FELØG?

Harafturat finnast hópin av feløgum, har føroyingar annars hittast – fyrivarni verður tikið við, at ikki øll feløgini eru við á hesum yvirlitinum. Tó ber til at leita eftir feløgum á Facebook ella Góð leitiorðum so sum: „Føroyingafelagið í“ og „Føroyingar í“ og kanna um tú kanst seta teg í samband við onkran á tínum staði. Vit eru her fyri at hjálpa tær! Tú ert altíð vælkomin at seta spurningar til MFS á Facebook síðu okkara Meginfelag føroyskra Studenta ella við at skriva okkum ein teldupost á mfs@mfs.fo

119


LESTRAR­ HJÁLP

RÁÐGEVINGIN FØROYSK SOSIALRÁÐGEVING Í DANMARK TAÐ ER NÓGV AT HUGSA UM Í SAMBAND VIÐ AT FLYTA NIÐUR, FÁA SKIL UPP Á ØLL SÍNI VIÐURSKIFITI ELLA VITA HVUSSU EIN BER SEG AT, UM UMSTØÐURNAR BRÁDLIGA FLØKJAST.

R

áðgevingin í Keypmanna­havn kenn­ir føroysk-donsku við­ur­skift­ ini væl, og kann vegleiða og veita tær ráð og vegleiðing í sosi­al­um, persón­ lig­um og lestrarligum spurn­ing­um. Royndu sosialráðgevarnir, ið hús­ast á 1. hædd í Føroyahúsinum í Keyp­manna­ havn, kunnu virka sum sambindingarliður mill­um teg, myndugleikar og stovnar í Dan­mark og Føroyum. Vit kunnu hjálpa við upplýsingum um reglur og lóggávu, hjálpa við at sam­skipa og raðfesta, vísa á møguleikar, myndug­ leik­ar, stovnar og serfrøðingar. Tænastan á Ráðgevingini er ókeypis, og tú kanst venda tær anonymt til okk­ ara. Vit arbeiða undir tagnarskyldu og ongin skráseting fer fram.

RÁÐGEVINGIN FYRI FØROYINGAR Í DANMARK Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. + 45 33 23 99 80 Fax + 45 33 23 92 34 radgevingin@radgevingin.dk www.radgevingin.dk

120

VIT KUNNU TIL DØMIS VEGLEIÐA UM: ›› Flyting og persónsnummar. ›› Sjúkratrygging. ›› Bústaðarviðurskifti. ›› Boligsikring. ›› Hernaðarskyldu. ›› SU. ›› Eyka SU til stakar uppihaldarar. ›› Ferðaískoyti. ›› Børnetilskud, Børne- og ungeydelse. ›› Skatt. ›› Føroyafrádráttur (serligur skattafrádráttur til lesandi) ›› Varðveitan av skattskyldu í Føroyum. Vitja eisini heimasíðu okkara á: www.radgevingin.dk Finnið okkum eisini á Facebook, har vit halda tykkum kunnaði um viðkomandi upplýsingar, tiltøk og freistir.

UPPLATINGARTÍÐIR: Mánadag   11.30 – 15.30 Týsdag    11.30 – 15.30 Mikudag    14.00 – 18.00 Hósdag     11.30 – 15.30 Fríggjadag   stongt


FORELDUR OG LESANDI

Lesandi uttanlands, við barn og ynskir at eiga í Føroyum

K

vinnur, sum búgva uttan­lands, kunnu velja at eiga í Føroy­um. Før­oyska lóg­ ar­verkið hvørki heim­il­ar ella noktar føroyskum kvinn­um við bú­staði uttanlands at eiga í Før­oy­um. Hig­ar­til hevur siðvenjan verið, at kvinn­ur við bústaði uttanlands hava átt og fingið neyðugar heilsu­tæn­ast­ur eft­ir føð­ing uttan at skula gjalda fyri hesar. Her er eitt yvirlit yvir manna­gongd­ina, og hvat tú skalt minnast til.

UNDAN FØÐING ›› Tú skalt hava ferðajournal og svanger­ skabs­journal frá tínum lækna við. ›› Navn og bústað á sóknini, har tú hoyrir til – sogn.dk/ – (Suðurjútland – navn og bústað hjá bústaðarkommununi). ›› Navn og bústað hjá heilsufrøðiskipanini, har tú hoyrir til. ›› Avrit av navna- ella dópsbrævi, og vígslubrævi um tú er gift. ›› Tá tú ert komin til Føroyar, skalt tú seta teg í samband við Ljósmøðraskipanina og biða um tíð hjá ljósmóður – leiðbeining fæst á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum, www.lsh.fo.

Um tú ivast í nøkrum ella hevur spurningar, so set teg í samband við Ljósmøðra­skip­an­ ina á Lands­sjúkrahúsinum.

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

EFTIR FØÐING ›› Skráseting – ljósmóðirin sendir føðifráboðan til viðkomandi sókn/kommunu saman við avriti av tínum navna-/dópsbrævi og møguligum vígslubrævi. ›› Suðurjútland – tú skalt sjálv boða kommununi frá og senda føðifráboðanina innan 14 dagar aftaná føðing. ›› Faðirskapur – skal skrásetast innan 14 dagar eftir føðing á heimasíðuni www.personregistrering.dk – har finnur tú eisini leiðbeining og skjøl. ›› Um tú ert gift verður faðirskapurin skrásettur sjálvvirkandi. ›› Pass – fyribils pass til barnið fæst við at venda tær til Føroya Landfúta, Yviri við Strond 17. Tú skalt hava føðifráboðan frá ljósmóðurini við. ›› Uttan pass – tá er neyðugt at vísa føðifráboðanina sum samleikaprógv á flogvøllinum. ›› Heilsufrøðiskipan – um tú verður í Føroyum eina tíð aftaná føðing, so boðar ljósmóðirin Gigni frá, so tú fært vitjan av einum heilsufrøðingi, meðan tú ert í Føroyum. ›› Um tú fert til Danmarkar, tá tú hevur átt, sendir ljósmóðurin føðifráboðan til donsku skipanina, men tú skalt sjálv venda tær til heilsufrøðiskipanina í Danmark, tá tú ert komin niður. ›› Barnið verður fyrst skrásett í fólkayvirlitinum í Danmark og fær eitt cpr.nr., tá tú vendir tær pensónliga fyri at skráseta barnið (som indrejst). Barnaveitingar í Danmark hava sum treyt, at barnið er skrásett í Danmark.

121


LESTRAR­ HJÁLP

FORELDUR OG LESANDI

At vera lesandi og foreldur E Ruth Winther Poulsen 26 ár

g eiti Ruth, og eg lesi journalistik og samskifti á Roskilde Uni­ versiteti. Umframt at vera les­­andi, eri eg eisini mamma at Braga, sum er tvey ár, og Onnu Katrinu, sum er null. Í løtuni eri eg í barsli, men tá eg byrji aft­ur aftaná summar­frí­tíð­ina, fari eg í holt við kandidatin. Saman við manni og børn­ um búgvi eg í Valby í Keyp­manna­havn.

Búsitandi í Keypmannhavn Lesur Journalistik og samskifti, Roskilde Universitet

Studningur frá Studna (hægri lestur) kr. 4.315,- pr. mðr. skattafrítt Lán frá Studna kr. 2.419 pr. mðr. Barnastudningur frá Studna kr. 1.000,- pr. mðr pr. barn

„GOTT AT FÁA SÆR BØRN, MEÐAN MAN LESUR“ Áðrenn eg bleiv mamma, hoyrdi eg mang­an frá teimum eldru og kønu, at tað er gott at fáa sær børn, með­an man er les­andi, serliga tí at tá hev­ur man so góða tíð til tey. Hetta er rætt, men tað at eiga børn, meðan man er les­andi, hev­ur bæði góðar og ringar síður.

GÓÐAR UMSTØÐUR AT HEINTA OG VERA HEIMA Eitt stórt pluss við at eiga børn, með­ an man er lesandi, eru umstøðurnar at vera heima saman við børnunum og at heinta tey tíð­liga frá stovnunum. Tá ið tað ikki er sama eftirlit við tær sum lesandi, og tíð­irn­ar mangan eru skiftandi, er tað lætt at koyra børnini eitt sindur seinni á stovn um morgn­arnar og at heinta tey tíðliga. Og tá børnini eru sjúk (sum hend­

122

VEITINGAR TIL UPPIHALDARAR Í FØROYUM

Barnafrádráttur í skattinum – ymiskt frá kommunu til kommunu, t.d. 5.500,- í Klaksvík og kr 8.000,- í Tórshavn. Hetta er pr. barn um árið. Í landsskattinum er barnafrádrátturin kr. 9.200,- fyri børn millum 0-6 ár og kr. 6.500,- fyri børn 7-17 ár.

AFTURAT HESUM ERU VEITINGAR FYRI STAKAR UPPIHALDARAR Studningur frá Studna til einsamallar uppihaldarar kr. 1.538,- pr mðr. bara eina ferð óansæð tal av børnum. Serligt barnaískoyti útgoldið av Almannaverkinum kr. 2.500,- pr. barn pr. ársfj. Barnagjald, sum pápin skal rinda kr. 1.083,- pr. barn/mðr.


VEITINGAR TIL UPPIHALDARAR Í DANMARK SU kr. 6.015,- skattskyldugt „SU-forsørgertillæg“, um tú býrt saman við einum SU-móttakara kr. 2.403,- pr. mðr. SU lán kr. 3.078 pr. mðr. Supplerandi forsyrgjara SU lán kr. 1540 „Børne- og ungeydelse“ útgoldið frá Udbetaling Danmark 0 – 2 ár: 4.491 kr. pr barn/ársfj. 3 – 6 ár: 3.555 kr. pr. barn/ársfj. 7 – 14 ár: 2.796 kr. pr. barn/ársfj. 15 – 17 ár: 932 kr. pr. barn/mðr.

VEITINGAR AFTURAT TIL STAKAR UPPIHALDARAR „Forsørgertillæg“ frá SU kr. 6.015,- pr. mðr. „Ordinært børnetilskud“ – Udbetaling Danmark kr. 1.385,- pr. barn/ársfj. „Ekstra børnetilskud“ kr. 1.412,- pr. ársfj. bara einaferð

ir ofta), er tað ikki neyðugt at biða nakran arbeiðsgevara um frí fyri at kunna vera heima saman við børnunum, og hetta er eitt stórt pluss. Samstundis kunnu børnini eisini hava eins langar frítíð og universitetini. Tú hevur samanumtikið størri fríheit, tá tú ert lesandi. Tá tað er sagt, skal tað leggjast aftrat, at tað krevur nógv disiplin at vera lesandi og eiga børn, tí tímarnir, tú velur at vera heima saman við børnunum, aloftast skulu lesast inn aftur í hinum endanum.

PLANLEGGING ER VEGURIN At hava børn, meðan man er lesandi, er til tíðir sera hart, serliga um man ikki er í Føroyum og hevur ommur og abbar beint við. Samstundis eru tað tíðir, tá lesnaðurin krevur nógv, og man verður noyddur at sita við lektium til seint útá kvøldið, tá børnini eru farin í song. Tó ber alt til við góðari planlegging. Planlegging er vegurin, tá royndir o.a. bankar uppá, sam­stund­is sum børnini krevja sítt. Tí­

betur duga eg og maðurin væl at skipa okkum, so tað altíð er tíð til lektiur og uppgávuskriving, tá tað skal til.

SAMFELAGIÐ ER GÓÐUR STUÐUL Nú búgva vit í Danmark, og her er nógvur og góður stuðul at heinta. Umframt at fáa SU í eitt heilt ár, tá man er í barsli, fær man eisini stuðul til húsaleiguna og stuðul til vøggustovugjald. Harafturat fær maðurin barsil, so tað ger tað lætt hjá okkum báðum at vera so nógv sum møguligt saman við børnunum. Peningastuðulin er eitt, men nakað, sum er saknað nógv, tá man sum familja býr í útlegd, eru ommur og abbar. Børn­ ini sakna tey, men tað gera vit foreldur so bestemt eisini. Eitt nú um børnini eru sjúk, ella um bæði foreldrini eru boð­ in út, so hevði tað verið gott við barna­ gentu. Tíbetur býr systir mín eisini í Keyp­ mannahavn, og hon er góð at heita á, um tørvur er á hjálp.

„Børnebidrag“ frá barnapápanum kr. 1.333,- pr. barn/mðr.

Møguleiki er eisini at søkja um „Særligt børnetilskud til uddannelsessøgende forældre“. Ískoytið verður roknað eftir inntøku og er í mesta lagi kr. 7.276 kr. árliga. Kr. 1819,- pr. ársfj. NB! Tað kann ikki veitast, um tað verður útgoldið „forsørgertillæg“ frá SU. Harafturat kemur møguleikin at søkja um „boligstøtte“. Upphæddin verður roknað eftir stødd á íbúð, tal á íbúgvum, inntøku og tal á børnum. G.G. tað er møguligt at søkja endalán, um ein skuldi veri so óheldigur, at SU klippini ikki røkka. Endalán í Føroyum í 11. mðr. kr. 6.734,Endalán í Danmark kr. 7.940,-

123



Eftir lesnað

M E N N A N D I A V B J Ó Ð ­I N G A R O G L Æ R U R Í K B Y R J A N

/ 126

LEINKJA.FO

/ 128

J O B M AT C H

/ 129

MÍN PH.D. RITGERÐ

/ 130

P H . D . E R K R A V F Y R I A T F A R A G R A N S K A R A ­V E G I N

/ 132

A-KASSI – HVÍ SKAL EG MELDA MEG INN?

/ 134

125


EFTIR LESNAÐ

MENNANDI AVBJÓЭ INGAR OG LÆRURÍK BYRJAN E

ftir 5 árum sum lesandi skuldi eg á sumri 2016 út á arbeiðsmarkn­að­ in at royna meg fulla tíð. Hetta var nak­að serligt, tí hóast eg alla mína lestr­ar­ tíð havi starvast uml. 20 tímar um vik­una í lestr­ar­starvi, so er tað nak­að serstakt og eitt vegamót, tá sam­leikin sum les­andi broyt­ist til at verða full­ tíð­ar­arb­eið­­andi. Longu með­­ an serritgerðin varð skriv­­ að, var eg farin at leita eftir áhugaverdum størv­um. Eg hevði longu møgu­leik­an at halda fram, har sum eg hevði lestr­ar­starv, men tá ið møguleikin beyðst at ger­ast part­ur av deildini hjá Deloitte, ið ráð­­gev­­ur í sam­bandi við keyp og sølu av fyri­­­tøk­­um, metti eg, at rætta starvið var funn­­ið, og at eg var klárur at taka fyrstu fet­ini á arb­eiðs­markn­að­in­um.

HVÍ M&A1 Í DELOITTE? Tað er ofta eitt sindur av tilvild knýtt at, hvat ið fyrsta starvið verður. Tá ið tað er sagt, skal tað eisini sigast, at eg arb­

1: M&A: Mergers and acquisitions, sum í tekstinum er umsett til keyp og søla av fyritøkum.

126

Ólavur Sakarisson í Ólavsstovu Útbúgvin Cand.merc. FIR frá Copenhagen Business School Starvast sum associate í Deloitte Financial Advisory


eiddi mið­víst ímóti at fáa meg royndan sum ráðgeva í eini so navnframari og pro­fessionell­ari fyritøku sum Deloitte. Deloitte hevur – saman við øðrum ráð­­ gev­­­­ing­­­ar­­f yritøkum – megnað at lyft seg upp millum tey arbeiðspláss, sum kandidatar við business­bak­grund rað­ festa høgt sum arbeiðsgevara. Tað ber í sær, at tú fært møguleikan at starv­ ast saman við nógvum øðrum dugna­ lig­um fólk­um, og samstundis fært tú roynt teg sjálvan og tína vitan millum nøk­ur av teimum bestu innan yrkið. Men tað, sum serliga fekk meg at velja Deloitte sum mín fyrsta starvsstað, vóru tær arbeiðsuppgávur, ið bíðaðu mær. Sum fíggjarligur ráðgevi í sambandi við keyp og sølu av eini fyritøku gerst tú ein tann tættasti ráðgevin hjá keyp­ara ella seljara, og tað at veita eina góða og fak­liga kompetenta ráðgeving, sum er virðis­skap­andi fyri kundan, eggjaði mær til at velja Deloitte.

LESTRARSTARV ELLA FULLTÍÐARLESTUR Hetta er helst eitt heitt evni, ið fleiri hava avgjørdar meiningar um. Lat ongan iva vera um, at tað sjálvsagt er lest­­ur­in, sum eigur at hava hægstu rað­festing, men eg haldi, at lest­ur og lestr­ar­starv so avgjørt ikki úti­ loka hvørt annað. Heldur tvørt­ ur­ímóti tí við møgu­leik­an­um at royna sína fakligu vitan í verki, samstundis sum tú fært skilt teg burtur úr mongd­ini av ný­ klakt­um kandi­datum, fært tú styrkt tín fakliga profil. Við tíðini hava tey allar­flestu eitt flott prógv, og tí ræð­ur tað um at skilja seg úr mongd­ini. Tað royndi eg at gera við at fáa mær góðar og við­kom­andi royndir. Eftir at hava verið studentarhjálpari í PFA Pension í góð trý ár, skifti eg til Canal Digital og síðani til íløgufelagið Intertrade Holding. Øll størvini góvu virðismiklar royndir og gjørdu, at tað eydnaðist mær at fáa nýggj og meiri viðkomandi størv, longri eg kom í lestrinum, og tá ið áhugin fyri serliga fígging og roknskapargreining var sprottin. Tað var tí eitt tilvitað val, tá ið eg stig fyri stig fekk meg royndan innan

Tað er tó týdn­ing­ar­mikið, at tú altíð veitst, hvat verður kravt av tær, so at tú ikki setur ómenniskjalig krøv til tín sjálvs

tað fakøkið, ið hevði mín størsta áhuga. Sostatt kann sigast, at lestrarstørvini hava havt ein týðandi leiklut á ferðini ímóti fyrsta fulltíðarstarvinum.

SERLIGAR ROYNDIR TAÐ FYRSTA ÁRIÐ Nú var eg ikki heilt nýggjur á arb­eiðs­ markn­að­in­um, tí umframt lestrar­størv, með­an eg las, hevði eg starvs­­roynd­ir úr Før­oy­um sum bankanæming­ur og banka­ráð­gevi, áðrenn eg fór undir víð­ari lest­ur. Hóast hetta so var tað nakað ser­ligt at byrja í fullum starvi eftir eina longri út­búgv­ing, og niðanfyri havi eg roynt at lýst fimm viðurskifti, ið eg haldi hava verið týdningarmikil at fokusera uppá ta fyrstu tíðina (og summi eitt drúgv­ari tíð­ar­skeið). Sosialisering. Tú brúkar ein stóran part av gerandisdegi tínum til arbeiðis, og tí meti eg tað vera sera týdningarmikið, at tú lærir tey, sum tú arbeiðir saman við, at kenna, og at tit eisini kunnu og fáa høvi at vera saman uttan fyri arbeiðstíð, og ger hetta intregratiónina væl lættari. Tað kann gerast við at luttaka á tiltøkum, sum fyritøkan, deildin og/ella einstakir persónar skipa fyri, men tað hevur eisini týdning sjálvur at taka stig til at skipa fyri onkrum. Tak ábyrgd fyri egnari læring. Hetta er gaman í vorðið ein útvatnað útsøgn, men samstundis haldi eg hana vera sera bein­ rakna. Sjálvandi tekur arbeiðsgevarin ábyrgd av, at tú trívist og mennist í tínum starvi. Tey hava jú brúkt eina rúgvu av tíð og orku til at velja teg út úr mongdini, so tú skalt helst eydnast í starvinum. Tí hevur tað áhuga hjá báðum pørtum, at samstarvið eydnast væl. Hinvegin er

tað týdningarmikið, at tú setur teg inn í viðkomandi fakligt innihald, støvar onkra av teimum gomlu lestrarbókunum av, ert proaktivur og framsøkin og leitar tær afturmetingar av tí arbeiði, sum tú hevur gjørt. Tann góða og skjóta eftirmetingin, sum vit fáa eftir hvørja uppgávu, hevur veruliga imponerað meg, og eg haldi, at hetta er eitt ómetaliga sterkt amboð til tess at mennast skjótast gjørligt. Hetta ger nevniliga, at tú fært rættað tað, sum tú hevur avbjóðingar við, og at tú fært rós fyri tað, sum tú hevur gjørt væl. Ver áhugaður. Spyr, spyr, spyr. Í byrj­an­ ini ert tú helst eitt sindur stúrin og vilt ikki „missa andlit“ við at spyrja onkran býtt­an spurning, men hesin ótryggleikin skal basast skjótast gjørligt. Nú eru øll á sama liði, so tess meiri tú veitst, tess betri er tað fyri heildina. Spyr tí og vænta eitt svar, sum tú kanst brúka til okkurt. Set rímilig krøv til tín sjálvs. Sum ný­út­ búgv­in ynskir tú oftast at ganga gjøgn­ um eld fyri eina áhugaverda uppgávu, og tú ynskir at sannføra arbeiðsgevaran um, at tú ert tann rætti. Tað er tó týdn­ing­ar­ mikið, at tú altíð veitst, hvat verður kravt av tær, so at tú ikki setur ómenniskjalig krøv til tín sjálvs. Ver eyðmjúkur. Tú kemur inn á eitt arb­ eiðis­pláss, har ið tað starvast nógv dugna­ lig starvsfólk við nógvum royndum, sum tú kanst læra og fáa gagn av. So hóast tú altíð skalt vera til reiðar at bjóða teimum av við nýggjastu fakligu vitanini, so mást tú samstundis vísa ein eyðmjúkleika fyri teirri vitan, sum tey við fleiri ára royndum hava vunnið sær.

Góða eydnu við lesnaðinum og njótið lestrartíðina.

127


EFTIR LESNAÐ

LEINKJAN.FO

LEINKJAN.FO ER EIN HEIMASÍÐA, SUM VERÐUR UMSITIN AV VINNUHÚSINUM, OG HEVUR TIL ENDAMÁLS AT SKAPA SAMBAND MILLUM LESANDI OG VINNUNA.

O Turið Jónleyg Johannesen Læknalesandi á Københavns Universitet Búsitandi í Keypmannahavn

128

fta kann tykjast langt ímillum lesandi og vinnuna. Tað kann vera ringt at fáa innilit í, hvat tey ymisku feløgini og fyritøkurnar eru í holt við, og hvussu ein sjálvur passar inn har. Á Leinkjan.fo kunnu føroyskar fyritøkur lýsa við verkætlanum. Verkætlanirnar, sum verða lýstar, eru bæði verkætlanir, sum eru í gongd, men eisini verkæltanir, sum møguleiki er at fara í gongd við. Hetta kundi til dømis verið í sambandi við serritgerðir. Við at velja uppgávuevni á Leinkjan.fo veitst tú, at tað, tú skrivar um, hevur týdning fyri føroysku vinnuna.   Á Leinkjan.fo ber eisini til at senda eina umsókn um at fáa ein mentor í før­oyska vinnulívinum. Ein mentor er eitt fólk við vit­an og roynd­um úr vinnu­ lív­in­um, sum virkar sum veg­ leið­ari hjá hinum les­andi. Mentor­ur­in veg­leiðir hin­ um les­andi í ymsum viðurskiftum í sam­

bandi við eina yrkisleið í privata vinnu­ lív­in­um í Før­oy­um. Mentorurin bindur seg til at nýta í minsta lagi 6 tímar ár­ liga til hesa veg­leiðing. Tað stendur tó mentor­in­um frítt at seta meira tíð av til vegleiðing­ina, um hann ella hon ynskir tað.  Á Leinkjan.fo kanst tú sum lesandi skráseta teg, so fyritøkur hava møguleika at síggja tína vangamynd. Á henda hátt fáa fyritøkur, sum heldur sjálvar vilja seta seg beinleiðis í samband við teg, møgu­leika at síggja vanga­mynd­irn­ar og seta seg í samband við ein ella fleiri les­andi. Av tí at tað er avmarkað, hvussu nógv­ar upplýsingar liggja á sjálvari síð­ uni, verður mælt til at leinkja til eina meira útgreinaða vangamynd á eitt nú LinkedIn. Um tú ikki hevur eina LinkedIn vanga­mynd, ber tað eisini til at leinkja til Facebook- ella Twitter-vangamynd.


JOBMATCH Á HVØRJUM ÁRIÐ VERÐUR SKIPAÐ FYRI JOBMATCH. JOB­ MATCH ER EIN MØGULEIKI HJÁ LESANDI AT MØTA FØR­OYSK­ UM FYRITØKUM Á EIN MEIRA ÓFORMELLAN HÁTT, OG Á HENDAN HÁTT FÁA INNLIT Í STARVS­MØGU­LEIKAR Í FØR­OYUM.

Turið Jónleyg Johannesen Læknalesandi á Københavns Universitet Búsitandi í Keypmannahavn

E

ndamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda sam­band­ ið millum føroyskar fyritøkur og stovn­ar, við útisetar, lesandi føroy­ing­ar und­ir hægri lestri og nýútbúgvin. Í fjør bleiv málbólkurin víðkaður til eis­ini at fevna um fólk við royndum á arb­eiðs­ markn­að­in­um. Tað vil siga fólk, sum eru í starvi, men eru áhugað at kunna seg um nýggj­ar starvsmøguleikar. Hetta verð­ur gjørt fyri at tryggja framhaldandi vøkst­ur og menn­ing av tí føroyska sam­felagn­um. Ætl­an­in er, at hetta millum annað skal

gerast við at ‘matcha’ tann tørv, ið fyri­tøk­ urn­ar og stovnar hava, við tann førleika, ið okk­ara vitanartilfeingi hevur. Hugskotið er tískil at skipa fyri einari starvstevnu, har ið føroyskar fyritøkur og stovnar hava møgu­leika at marknaðarføra seg yvirfyri hes­um málbólkinum.   Somu­leið­is er endamálið at skapa áhuga millum útisetar fyri at søkja størv, praktikpláss ella upp­gávu­evn­ir til verk­ætl­an­ir hjá hesum fyritøkum og stovn­um.

129


EFTIR LESNAÐ

MÍN Ph.d. RITGERÐ Í Tróndur J. Kragesteen Phd. Lesandi Cand.Polyt Tórshavn

fjør summar byrjaði eg at skriva eina sonevnda yrkis-PhD, ið er eitt sam­ starv ímillum Danmarks Tekniske Uni­ versitet (DTU) og Fiskaaling í Før­oy­um. Rit­gerðin tekur í alt 3 ár og inniber m.a. at hava undirvísing á PhD-støði í eitt se­ mestur og at undirvísa ella at bera fram vísinda­ligt tilfar í eitt ávíst tímatal. Fyri at standa PhD-ritgerðina verður van­liga rokn­að við, at tú hevur útgivið eina grein í einum vísindaligum forriti, at tú hev­ur lat­ið næstu grein inn, og at ein triðja er klár at lata inn. Gjøgnum hesi 3 árini skal eg á tríggjar ráðstevnur umframt at vitja tvey universitet uttanlands í tilsamans 3 mán­að­ar, har eg skal gera viðkomandi arb­eiði.

EVNIÐ Í mínari PhD granski eg laksalús, ið er ein stórur trupulleiki í alivinnuni kring heim­in. Í høvuðsheitum kanni eg, hvussu

130

laksalúsin spjaðist runt Føroyar. Før­oy­ar eru rættliga serstakar, tá tað kemur til sjóvarrák, og hetta ger, at lúsin hev­ur møguleika at spjaðast víða kring oyggj­ arn­ar.

HVÍ VALDI TÚ AT SKRIVA PHD? Orsøkin til, at eg fór undir at skriva eina PhD, er eitt sindur tilvildarlig. Í míni kandidat-ritgerð valdi eg at skriva um laksa­lús í Føroyum, og hetta gekk so­ mik­ið væl, at eg bleiv spurdur, um eg hevði áhuga í at halda áfram at arb­eiða við hes­um evni í einari PhD. Hetta, helt eg, ljóð­aði spennandi og uttan at hugsa so nógv meira um tað, avgjørdi eg sam­ an við mínum vegleiðarum at søkja um stuð­ul frá Innovationsfonden, sum tá lat 1,7 milliónir til erhversPhD’ir, ið høvdu sam­starv við føroyskar fyritøkur. Stutt eftir hetta bleiv umsóknin góðkend, og arb­eiðið fór ígongd.


HVUSSU FER TÍTT VERKÆTLANARARBEIÐI FRAM Tað bleiv avgjørt, at eg skuldi arbeiða á DTU í Danmark tað fyrsta árið, og hini bæði árini skuldi eg vera í Føroyum og skriva hjá Fiskaaling. Árið í Danmark hev­ur gingið sera skjótt og hevur eisini verið av­bera læruríkt. Sjáldan hava tvær vikur verið eins. Fyrstu hálvuna undir­ vísti eg kandidat-lesandi hjá DTU-aqua, um­framt at eg sjálvur fekk undirvísing. Harafturat skuldi eg læra meg at pro­ grammera og við síðurnar av lesa uppá um alt tilfarð, ið er um spjaðing av laksa­ lús kring heim­in. Eg helt mín fyrsta fyrilestur á sjó­lúsa­ráð­stevnu í Írlandi. Seinnu helvt av fyrsta ár­in­um havi eg brúkt uppá at skriva mína fyrstu grein og eisini havi eg vitjað eitt uni­versitet í Kanada í 5 vikur, har eg fekk sam­band við nógv fólk, ið dagliga arb­eiða við laksa­lús. Nú eri eg fluttur til Føroya og mín ger­and­is­dagur er á Fiskaaling við Áir, og mær dámar stak væl. Eg eri spent­ ur uppá, hvussu tey næstu tvey árini í Før­oy­um fara at vera. Tað verður heilt víst gott at arbeiða tættari at før­oyska vinnu­lív­in­um og at vera so tætt uppá tað, sum eg granski, nevnliga laksa­lús­ina.

Um ein ikki er heilt skúla­ troyttur og enn hevur hug at læra nýtt, vil eg avgjørt við­ mæla at royna at fara í holt við eina PhD UM TÚ YNSKIR AT FARA Í GONGD VIÐ EINA PHD Um ein ikki er heilt skúlatroyttur og enn hevur hug at læra nýtt, vil eg avgjørt við­mæla at royna at fara í holt við eina PhD. Í Danmark eru tað fleiri mátar at koma í gongd við eina PhD. Eitt nú ber til at søkja um eina PhD verkætlan, sum eitt universitet ella fyritøka hevur sligið upp. Eisini ber tað til, at sjálvur gera eitt uppskot til eina nýggja verkætlan og søkja pengar til hesa. Og tað var hetta seinast nevnda, sum eg gjørdi. Van­ligt er, at universitetið krevur, at næm­ing­ ur­in hevur eitt ávíst miðaltal á master útbúgvinigini. Hetta er tó ymiskt frá skúla

til skúla og má verða kannað, áðrenn farið verður undir at søkja. Eg vil viðmæla at velja eitt evni at granska, sum ein sjálvur á ein ella ann­ an hátt heldur vera spennandi. Og ikki nóg­mikið við tí so skal ein eisini duga at í­mynda sær, at evnið er spenn­andi næstu 3 árini.

131


EFTIR LESNAÐ

Ph.d. ER KRAV

FYRI AT FARA GRANSKARA­ VEGIN

ÆTLAR TÚ TÆR AT VERÐA GRANSKARI, SO MÁST TÚ Í GONGD VIÐ PH.D.-ÚTBÚGVING, TÁ TÚ HEVUR LOKIÐ KANDIDATÚTBÚGVING, ANNAÐHVØRT BEINANVEGIN ELLA NOKK SO SKJÓTT AFTANÁ. FLESTU GRANSKARASTØRV Í DAG KREVJA LOKNA PH.D.

E Annika Sølvará Cand. mag. í enskum og søgu Stjóri í Granskingarráðnum

in ph.d.-útbúgving er ein skip­að granskaraútbúgving, sett saman av gransking, luttøku á ráð­stevn­ um, skeiðum, undirvísing v.m. Mest van­ liga longdin er 3 ár, og tá er talan um eina samanseting av bachelor, master og ph.d, tvs. 3+2+3 ára útbúgving. Aðrir møguleikar eru 4+4 og 3+5, har master og ph.d. partarnir eru samantvinnaðir. Uttan mun til samanseting so er greitt, at fyri at sleppa í gongd við eina ph.d.útbúgving eru fleiri viðurskifti, sum tú mást fáa at hanga saman.

HUGKOTIÐ ER TAÐ BERANDI Í PH.D.-VERKÆTLANINI Allarfyrsta treytin fyri at fara undir eina ph.d.-verkætlan er, at tú hevur eitt gott hugskot til evni at granska. Ofta fara fólk víðari við arbeiði, sum er gjørt í sam­bandi við høvuðsuppgávuna, men tað er ikki altíð. Ein neyv lýsing av ætlaðu verk­ætl­

132

an­ini má gerast. Hetta verður van­liga gjørt í samráði við komandi veg­leið­ar­an ella vegleiðararnar á universitetin­um og/ ella stovninum ella fyritøkuni, sum tú hugsar at samstarva við. Tú hevur ikki sama krav um at sleppa í gongd við ph.d. sum við bachelor og master, so tað er neyð­ugt at søkja individuelt um at verða inn­skrivað/ur á einum universiteti.

PENGAR MUGU EISINI TIL Ein tungur partur er at fáa fíggingina til vega, sum skal rinda fyri løn, rakstr­ ar­útreiðsl­ur og gjøld til universitetið. Í summ­um førum bjóða universitet­ini ella aðrir granskingarstovnar ph.d.starv við øllum útreiðslum íroknaðum, men hetta er meira sjáldan. Tann, sum skal undir ph.d.-lestur, noyðist oftast at søkja stuðul til verkætlanina, eitt nú frá Granskingargrunninum, øðrum granskingarráðum og/ella fyritøkum.


Á gransking.fo ber til at lesa ymisk góð ráð um, hvat krevst fyri at kunna fáa fíggjarligan stuðul til eina ph.d.-verkætlan. Til ber eisini at skriva til Granskingar­ráð­ið á gransking@gransking.fo. Árliga umsóknarfreistin er um hálvan februar. Í Heilagrunninum á gransking.fo eru savnaði fleiri enn 350 fólk, sum eru granskarar, granskaralesandi ella fólk, sum hava arbeitt við gransking áður. Ein Facebook-bólkur er eisini, sum kallast Føroysk ph.d.lesandi.

Tann, sum skal undir ph.d.-lestur, noyðist oftast at søkja stuðul til verkætlanina, eitt nú frá Granskingargrunninum, øðrum granskingarráðum og/ella fyritøkum. Ein slík tilgongd kann taka langa tíð, fleiri mánaðir og onkuntíð upp til eitt ár Ein slík tilgongd kann taka langa tíð, fleiri mánaðir og onkuntíð upp til eitt ár.

TALIÐ AV PH.D.-ARUM ØKIST SKJÓTT Í 2016 vóru tað í minsta lagi 15 før­oy­ing­ ar, sum vardu eina ph.d.-ritgerð. Higartil í 2017 eru tað 10 nýggir ph.d.-arar. Fleiri av hesum verkætlanunum fingu stuðul úr Gransk­ing­ar­grunninum.

Ein av teimum, sum disputeraði í 2017, er Katrin Hoydal. Hon granskaði á Um­ hvørv­is­stovuni og á NTNU. Hon kann­ aði dálking av grindahvali. Ein onn­ur er Sólva Káradóttir Eliasen, sum gransk­ aði gróðurin á Landgrunninum. Hon arbeiddi á Havstovuni og á Fróð­skap­ar­ setr­in­um. Ein triði er Heini í Skorini, sum skriv­aði ritgerð á King’s College í London um søg­una og korini hjá talufrælsinum í ST høpi, og hvussu rætturin til frítt at

siga sína hugsan um trúarviðurskifti er und­ir áhaldandi og skipaðum álopi, eis­ ini í 2017. Tað hevur verið ein støðugur vøkstur í talinum av føroyingum, sum taka ph.d.útbúgving seinnu árini. Granskingarráðið roynir at skrá­seta øll ph.d.-lesandi í Føroyum og før­oysk ph.d.-lesandi uttanlands í Heila­grunn­ in­um. Enda­málið er at geva møguleika hjá vinnu­lívi, stovnum, fjølmiðlum og øðrum at koma í samband við granskar­ar úti og heima. Vit vita, at tað eru fleiri enn 50 før­oy­ing­ar, sum eru í gongd við ph.d.útbúgving í løtuni. Ein lítil helvt av hes­­um arbeiðir í Føroyum, tó eru fleiri eru inn­ skrivaði við útlendsk universitet. Hin góði helm­ing­urin er spjaddur ymsa staðni, serliga í Danmark og Stóra Bretlandi. Til samans hava fleiri enn 200 føroyingar nú lokið ph.d. ella doktaraprógv.

133


EFTIR LESNAÐ

A-kassi

– HVÍ SKAL EG MELDA MEG INN?

T

að eru fleiri fyrimunir við at melda seg í ein a-kassa longu, meðan tú ert lesandi. Ert tú undir 30 ár og lesandi, og hevur minst eitt ár eftir av útbúgvingini, er tað ókeypis at vera limur. Vanligi kostnaðurin er annars um 400-500 krónur um mánaðin. Eftir at hava verið limur í eitt ár, hevur tú rætt til at fáa dagpening útgoldnan fyrsta dagin eftir loknan lestur, skuldi tað hent seg, at tú ikki fært starv beinanveg. Hendan upphæddin liggur um 14.000 kr. Tú kanst tískil fáa útgoldið dagpening

Turið Jónleyg Johannesen Læknalesandi á Københavns Universitet Búsitandi í Keypmannahavn

Fyri at fáa ókeypis A-kassa skalt tú: ›› vera lesandi og undir 30 ár ›› lesa á eini útbúgving, ið gevur minst 90 ECTS-stig ›› ikki móttaka aðra almenna forsorg

MA

›› búgva í Danmark

AM ASE

ESA

K

134

Ert tú lesandi og eldri enn 30 ár, kanst tú eisini fáa ókeyps a-kassa. Tú skalt bara: ›› hava verið limur í A-kassanum í eitt ár, meðan tú arbeiddi, áðrenn tú byrjaði at lesa ›› hava minst eitt ár eftir av útbúgvingini ›› rinda í eina eftirlønarskipan ella hava møguleikan at rinda í eina ›› í hægsta lagi vera limur uttan at gjalda í 5 ár

fa Kri afir

AC

›› ikki hava inntøku hægri enn maksimalu dagpengaupphæddina (223.596 kr um árið í 2018)

uttan, at tú nakrantíð hevur goldið eina krónu til a-kassan. Meldar tú teg ov seint inn í a-kassan, og tú ikki fært starv beinanvegin eftir loknan lestur, fært tú ikki dagpening fyrsta mánaðin. Umframt fáa dagpengar eru eisini aðrir fyri­munir við at melda seg í ein a-kassa. Tú fært m.a. ókeypis starvsvegleiðing eins og ókeypis fyrilestrar og workshops, har tú lærir at skriva CV, at skipa tín Linked­Invanga, og hvussu tú ber teg at til starvs­ set­anarsamrøður.

CA

›› vera í gongd við eina SUheimilaða útbúgving ›› ikki hava inntøku hægri enn maksimalu dagpengaupphæddina (223.596 kr um árið í 2018)


Lestrarbústaðir Finsen: 33 íbúðir Næmingaheimið undir Fjalli: 36 kømur Studentaskúlaheimið í Berjabrekku: 16 kømur

Vit hava útvið 250 góðar og nútímans leigubústaðir kring alt landið. Harav eru 85 lestrarbústaðir í Tórshavn. Øll tey, ið eru áhugaði í møguleikanum at leiga ein lestrarbústað, skulu gerast limir hjá Bústøðum og viðmerkja, at tey ynskja ein lestrarbústað. Um tú longu ert limur hjá Bústøðum, set teg so í samband við okkum fyri at tryggja tær, at tú hevur frámerki sum lesandi. Á heimasíðu okkara er nærri kunning um lestrarbústaðirnar, har tú kanst síggja myndir, tekningar og kunna teg um leiguprísirnar.

TREYTIRNAR ERU, AT TÚ ERT

TEKNA TEG SUM LIM

ERT TÚ LONGU LIMUR

· limur hjá Bústøðum · undir útbúgving, ið er góðkend til at geva lestrarstuðul ella · lærlingur við lærlingaløn

umvegis heimasíðu okkara, og tú kemur á bíðilistan til lestrarbústaðir.

so set teg í samband við okkum og tryggja tær, at tú ert skrásett/ur á bíðilistanum til lestrarbústaðir.

Yviri við Strond 6 Postsmoga 215 110 Tórshavn

Tel. +298 401000 bustadir@bustadir.fo www.bustadir.fo


Betri legat - stuðlar tær í tíni útbúgving

Betri legat er legat til ung føroysk lesandi, ið eru farin undir hægri bókliga útbúgving ella yrkisútbúgving. Legatið er ætlað sum stuðul til uttanlandsuppihald í beinleiðis sambandi við útbúgvingina. Betri legat er uppá kr. 15.000 og verður latið upp til tveimum umsøkjarum, tvær ferðir árliga. Freistin at søkja Betri legatið er 15. desember

g

ira

Le

e sm

á

/un .fo i r t be


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.