FJØLNIR MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA
HITT OKKUM FJØLNIR 2016-2017 UPPLAG: 1400 ÁBYRGDARFÓLK Katrin Fríða Jógvansdóttir Poula Lassen Lív Egilsdóttir Olsen Torstein Jóhannes Fríðfinsson Guðrun Durhuus LÝSINGAR OG FRAMLEIÐSLA Poula Lassen Lív Egilsdóttir Olsen RÆTTLESTUR Sissal Carlsdóttir á Lag PRENT Føroyaprent ÚTGEVARI Meginfelag Føroyskra Studenta Fríðrik Petersens gøta 9 100 Tórshavn Leinkja: www.mfs.fo Teldupost: mfs@mfs.fo
SKRIVSTOVAN Í 2014 flutti skrivstovan hjá MFS til Føroyar. Á tann hátt fáa vit væl lættari atgongd til miðlar og politisku skipanina, eins væl og vit í størri mun kunnu samstarva við aðrar felagsskapir í Føroyum. Ein stór orsøk er somuleiðis, at talið av lesandi í Føroyum veksur skjótt og nógv, og vit vilja vera við til at skapa sama góða lestrarumhvørvið í Føroyum, sum vit hava aðrastaðni í heiminum. Skrivstova okkara er á Fríðrik Petersens gøtu 9, so kom endiliga ein túr inn á gólvið og heilsa upp á okkum. MFS-TILFAR Á NETINUM Heimasíðan hjá MFS verður javnan dagførd við tíðindum, greinum og øðrum viðkomandi tilfari. Harafturat liggja myndir frá tiltøkum, sjónbond, plakatir, bløðini ’Fjølnir’ og ’Pisan’, sambandsmøguleikar og mangt annað.
Við NordikSOLO ert tú flúgvandi
FACEBOOK MFS er eisini at finna á Facebook, har vit lýsa við tiltøkum og størvum, leggja tíðindi og annað viðkomandi tilfar út. Møguleiki er eisini at senda okkum eini boð á Facebook ella á teldupostin mfs@mfs.fo, um tit hava spurningar um eitthvørt. Vit eita MFS á Facebook, so far inn á Facebook og dáma okkum, og vit eru eisini fegin at fáa tínar viðmerkingar um okkara virksemi, tiltøk og viðkomandi mál. Sig tína hugsan og ger tína rødd galdandi. INSTAGRAM MFS hevur ein vanga á Instagram, har møguleiki er at fylgja føroyskum lesandi kring knøttin. Hvørja viku er tað ein lesandi, sum í myndum og orðum greiðir frá sínum lestrarlívi. Um tú fylgir við vanganum hjá MFS á Instagram, er møguleiki at síggja, hvørjum tey ymisku føroysku lesandi takast við.
Niður at lesa? Ella hevur babba bara blakað teg úr reiðrinum? Tú hevur brúk fyri NordikSolo! Tú fært kort, avsláttur, ókeypis ditt og datt og onkran at sparra við, tá tú ivast. Um tú ert í Føroyum, Keypmannahavn, Aarhus, Nuuk ella í Odense, tað er eitt feitt. BankNordik er har, tá tú fert Solo.
www.banknordik.fo/utisetar * NordikSolo gevur tær hvørki, veingir, lasaraeygu ella „størri pakka“.
Vangin hjá MFS á Instagram eitur MFStudenta.
2 | !ølnir 2016
!ølnir 2016 | 3
Fyri lesandi, av lesandi, til lesandi
Útbúgving er vegurin – framtíðin er tín
MFS er felagið hjá føroyskum lesandi. Umframt at vera lobbyistar fyri tey lesandi í almenna kjakinum, skipar MFS javnan fyri tiltøkum til lesandi. MFS vil við hesum veita góðar karmar til eitt fjølbroytt og spennandi lestrarumhvørvi.
Tí vilja vit hava teg við! Situr tú inni við góðum hugskotum til veitslur ella tiltøk? Dugir tú at skriva, skipa fyri ella dámar tær at hava tað stuttligt? So er MFS tað rætta fyri teg. Set teg í samband við okkum og kom og fá ávirkan á títt lestrarumhvørvi.
Slóðir www.mfs.fo .com/mfs www.facebook denta m.com/MFStu www.instagra
So er Fjølnir 2016 aftur á gøtuni. Fjølnir er eitt lestrarblað, ið er serliga ætlað tær, sum fer undir hægri lesnað ella longu er undir lesnaði. Felags fyri tey flestu, ið ætla undir hægri lesnað, er ivaleyst ein óvissa um, hvørja útbúgvingarleið og framtíð, ein skal velja. Støða skal takast til, hvørt tú skalt lesa í Føroyum, Danmark eller aðrastaðni, hvørja útbúgving tú skalt velja, og nær tú ætlar tær í gongd við lesnaðin. Allir hesir spurningar og møguleikar kunnu til tíðir tykjast fløkjasligir. Í blaðnum hesa ferð kanst tú lesa og fáa íblástur til, hvat og hvar tú skalt lesa, bæði í Føroyum og uttanlanda. Eisini ber til at lesa um ymiskt í sambandi við lestrarval, lestrarbyrjan og onnur praktisk viðurskifti, sum viðvíkja hægri útbúgving. Hetta umfatar tilfar um, hvussu tú kemur í gongd við lesnaðin, um ymisk lestrarfeløg, hvørjar upplivingar onnur hava havt undir lesnaðinum, hvørjar møguleikar ein hevur eftir loknan lesnað og harafturat nakrar hjálpandi upplýsingar og lestrarhjálp um, hvussu tú kemur best frá lestrarbyrjan. Møguleikarnir eru óteljandi, og ynskja vit tykkum, sum nú fara undir hægri lesnað, góða eydnu við øllum og at finna røttu leiðuna. Minst til at sleppa streyminum og fylgja dreyminum. Vónandi fer Fjølnir at vera tykkum hent, nú tit fara undir at leggja framtíð í lestrarlívið. At enda vilja vit í Fjølnir takka øllum, sum á ein ella annan hátt hava hjálpt til at gera Fjølnir 2016 til veruleika. Vit vilja takka tykkum, ið hava skrivað greinar, lýsarum, ráðnum og nevndum hjá MFS. Góðan lesihug!
!ølnir 2016 | 5
At lesa í Føroyum 8 10 12 13
6 | !ølnir 2016
At vera einlig mamma og lesandi Føroyar framvegis undirmettar sum lestrarland Útbúgvingar á Setrinum Skipara- og skipsføraraútbúgving
!ølnir 2016 | 7
AT LESA Í FØROYUM
At vera einlig mamma og lesandi NAVN Helga Guttesen LESUR Heilsurøktara á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy BÚSTAÐUR Tvøroyri
Eg eiti Helga Guttesen, eri 27 ár og einlig mamma at Gutta, ið er 4½, og Balduri, ið er 3 ár. Eg eri akkurát byrjað at lesa til heilsurøktara á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy, og mær dámar sera væl. Tá ið ein er einlig mamma, er tað ringt at fara í gongd við nakað uttan at hava 1000 ting at hugsa um. Alt má og skal passa saman, bæði fíggjarliga, tíðarmessiga og bústaðarliga. Tá eg gjørdi av at fara undir víðari lesnað, vóru tað júst hesi tingini, ið eg var noydd at hugsa um. Eldri sonurin skal byrja í skúla um tvey ár, og um eg ætlaði mær útbúgvingina, mátti eg byrja nú fyri at gerast liðug, áðrenn hann skal byrja í 1. flokki. At skúlin liggur í Suðuoy, er fyri mítt viðkomandi sera keðiligt. Slettis ikki tað – vit trívast væl, men eg varð noydd at flyta suður við øllum, og tað merkti so, at vit máttu finna nýggjan bústað. Eg var so heppin at finna eini deilig hús við einum lagaligum húsaeigara, ið fegin vildi leiga mær húsini bíliga, so tað gjørdi tað beinanvegin eitt sindur lættari. Men eg má siga, at bústaðarmøguleikarnir ikki eru nøktandi, í øllum førum ikki í Suðuroy. Har er einki næmingaheim, og tað haldi eg er óhoyrt. At teir av fyrstantíð valdu at leggja skúlan í Suðuroy, fari eg ongantíð at skilja, men at teir so ikki gjørdu bústaðarmøguleikar til tey lesandi, ið koma norðanífrá, fari eg so slettis ongantíð at skilja. Børnini máttu sjálvandi eisini á nýggjan
8 | !ølnir 2016
stovn, og tað er altíð keðiligt í sær sjálvum, at børn mugu flyta aftur og fram. Vit hava frammanundan flutt eitt sindur. Tá eg og pápin at børnunum fóru frá hvørjum øðrum, fluttu vit heim til mammu og babba at búgva, og so hava vit leigað og so aftur búð hjá foreldrunum, tí at tað fíggjarliga riggaði betur. Eg má siga, at eg til tíðir havi ringa samvitsku. Ein dagin eg var í skúla, var yngri sonurin sjúkur, og eg mátti tí hava hann við mær, og mitt í undirvísingini letur í honum: ”Mamma, hvar búgva vit?”, eg bleiv eitt sindur illa við, tí tá eitt 3 ára gamalt barn spyr um tað, man lítið skil vera í. TAÐ FÍGGJARLIGA Á sosialu miðlunum verður nógv tosað um, at tað illa ber til at vera einligur og lesandi í Føroyum, tí at tað fíggjarliga ikki hongur saman, men har eri eg ikki heilt samd. Nú eri eg so heppin, at eg sleppi at leiga bíliga, so tað eru nokk onnur, ið eru verri fyri enn eg fíggjarliga. Men eg vil pástanda, at tað væl letur seg gera. Ein noyðist at tillaga og prioritera, men um viljin er har, so er vegurin har eisini. Her er eitt lítið roknistykki, ið vísir, hvat ein einligur forsyrgjari undir hægri lesnaði í Føroyum kann fáa: Tað vil siga, at eg runt roknað havi gott 11.000 kr. um mánaðin at liva fyri. So eg kann ikki siga, at tað fíggjarliga er nøkur forðing at fara undir víðari lesnað sum ein-
u r: i ng n d r. St u 15 k u r: 8 . i ng 3 n ud ar n at b as t ur t r n r. pr t a ý B kn 6k u r: i n e r 96 k e k m e m) ak u r n k r. (u r k i n a B e 2 v 3 a 15 a n n m l r: n A ða ) ga na e n r bar á p m i: na . p nn yt Bar 3 k r k o 3. h vø s 8 í a n( 10 rn ba r bar t g .p r li Se 0 k r 0 5 2
»Á sosialu miðlunum verður nógv tosað um, at tað illa ber til at vera einligur og lesandi í Føroyum, tí at tað fíggjarliga ikki hongur saman, men har eri eg ikki heilt samd«
lig mamma. Eisini er familjuískoytið komið nú, og tað er ein hjálpandi upphædd, ið tú fært, roknað út frá lønini seinasta árið. KREVUR NÓGV Men tað krevur nógv. Sum foreldur flest noyðist eg upp kl. 6 hvønn morgun, gera meg og dreingirnar klárar, avlevera teir í hvør síni dagrøkt og síðan sjálv fara í skúla, har eg skal vera kl. 8.15. Tá eg fái frí, má eg fara eftir teimum, gera døgurða, koyra teir í bað og leggja teir at sova. Tá teir so eru sovnaðir, kann eg seta meg niður
at gera skúlating, og tað er ofta nógv, vit hava at gera. Og so ”om igen”, tað sama hvønn dag í fimm dagar. Um onkur er sjúkur, ja, so verði eg noydd at antin taka teir við í skúla ella sjálv at forsøma skúlan. Hetta er gerandiskostur hjá øllum foreldrum, men tað, sum eg haldi, ger tað tyngri, er, at tað er eingin avloysari. Tú ert bundin 24/7.
hjálp. Onkuntíð hevur onkur verið í Suðuroy og hjálpt mær, og aðrar tíðir hava dreingirnir verið hjá mammu og babba, meðan eg havi verið í skúla. Eg havi ofta hugsað tankan um at fara til Danmarkar at lesa, tí fleiri siga, at tað er nógv lættari, og at ein fær fleiri pengar o.s.fr. Kortini havi eg tikið tað í meg aftur, og eg veit seriøst ikki, hvussu eg hevði klárað meg uttan mítt netverk – tað er gull vert.
TÓ IKKI SO GALIÐ AT VERA Í FØROYUM Eg eri so heppin og hjartans takksom fyri mína familju, tey eru ein fantastisk
!ølnir 2016 | 9
AT LESA Í FØROYUM
NAVN Tór Marni Weihe LESUR BA í politikki og umsiting Søgu- og samfelagsdeildin Fróðskaparsetur Føroya BÚSTAÐUR Tórshavn
Føroyar framvegis undirme!ar sum lestrarland
Høgni Hoydal kannaði í bók síni, Myten om rigsfællesskabet, frá 2002 fyribrigdið sjálvkolonialisering. Sjálvkolonialisering fevnir um allan tann atburðin, har vit føroyingar hava lyndi til at niðurgera okkum sjálvar og tað, sum eyðkennir okkum. Hóast vit seinastu árini eru vorðin munandi betri til at virðismeta okkum sjálvi og okkara samfelag, so hóma vit enn sjálvkolonialiseringina ymsastaðni í føroyska samfelagnum – ikki minst á útbúgvingarøkinum. BLEIV BEINLEIÐIS VEGLEIDDUR AT FARA AV LANDINUM At Føroyar av nógvum ikki verða mettar at vera eitt líka gott lestrarland sum grannalond okkara, varð eg skjótt tilvitaður um, tá ið eg gjørdist studentur í 2013. Bæði lærarar og fólk, eg kendi, hildu tað vera undarligt, at eg ikki hevði nakrar ætlanir um at fara av landinum at lesa. Og tá ið eg byrjaði á Setrinum í 2015, vóru tað eisini fleiri, ið líkasum høvdu hug at suffa, tá eg
10 | !ølnir 2016
»Men samstundis er tað eisini ein fongur fyri vinnulívið, at til ber at fáa fatur í fólkum, sum hava lisið í Føroyum, og sostatt hava tikið ein útbúgving, ið hevur tikið útgangsstøði í tí føroyska samfelagnum«
Eg minnist enn, hvussu spennandi og merkiligt tað var at standa u"an fyri íbúðarblokk J, ið skuldi gerast mí" nýggja heim. Ikki fyrrenn eg sat einsamallur handan tóma skriviborðið, gekk tað upp fyri mær, at eg var farin undir hægri lestur í einum landi, eg bert kendi frá bókum og filmum.
greiddi teimum frá mínum vali. “Átti tú ikki heldur at farið onkrastaðni, har støðið er eitt sindur hægri?” var ikki ein óvanligur spurningur at fáa. SAMANTVINNA TAÐ BESTA ÚR FØROYUM OG ÚTLONDUM Tað, at ein skal verja tað, at ein velur at lesa í Føroyum, er í mínari verð heilt burturvið. Jú, tað er heilt víst ein stór styrki, at føroyski arbeiðsmarknaðurin fær fólk, ið hava tikið eina hægri útbúgving uttan fyri føroysku landoddarnar. Hetta fremur bæði nýhugsan og framsøkni í føroyskum vinnulívi. Men samstundis er tað eisini ein fongur fyri vinnulívið, at til ber at fáa fatur í fólkum, sum hava lisið í Føroyum, og sostatt hava tikið ein útbúgving, ið hevur tikið útgangsstøði í tí føroyska samfelagnum. Hesi hava eina meiri praktiska vitan um føroyska samfelagið og kunnu – saman við sínum starvsfeløgum við útlendskum prógvi – samantvinna nýtt og gott gamalt og harvið gagnnýta tað besta úr báðum
heimum. Tí eiga vit eisini at endaliga jarða retorikkin, sum roynir at gera tey, sum fara av landinum at lesa, til trupulleikan. Trupulleikin liggur als ikki í, at ungir føroyingar fara av landinum at lesa. Heldur haldi eg, at trupulleikin er, at Fróðskaparsetur Føroya í ov lítlan mun verður bjóðað fram sum eitt alternativ – og lutvíst í at myndugleikarnir her á landi ikki hava víst teimum lesandi ans, tá ið m.a. MFS og politisku ungmannafeløgini hava víst á ymiskt, ið kundi verið gjørt betri.
SPENNANDI TÍÐIR FYRI FRAMMAN Rúm fer tó altíð at vera fyri batum, so fyri at sleppa undan at hendan greinin eisini verður bólkað sum sjálvkolonialiserandi grenj, havi eg hug at runda av við at staðfesta, at alt tíbetur bendir á, at komandi árini fara at roynast góð fyri føroyskt útbúgvingarlív. Glasir stendur vónandi liðugur til tíðina á sumri í 2017, ferð er sett á íbúðarbygging til tey lesandi, og stuðulskrónurnar fara eisini at vera fleiri komandi árini. Fróðskaparsetrið er eisini í støðugari menning og fer
nú av fyrsta sinni at bjóða út B.sc. í búskaparfrøði. Megna vit at knýta hesi framstigini at eini veruligari hugburðsbroyting viðvíkjandi lesnaði í Føroyum, so ivist eg ikki í, at hetta fer at stuðla uppundir, at Føroyar við tíðini eisini verða sæddar sum eitt attraktivt lestrarland og ikki ein plan B.
!ølnir 2016 | 11
AT LESA Í FØROYUM
Útbúgvingar á Setrinum
Skipara- og skipsføraraútbúgving
Fróðskaparsetur Føroya hevur tvær megindeildir. Tær eru Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi og Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi. Setrið hevur eitt stórt útboð av útbúgvingum, og tað legst afturat. 1. september. 2015 varð farið undir masterútbúgvingina í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management, ið fyribils er einasta útbúgvingin, ið verður boðin út á enskum. Í ár verða tvær nýggjar útbúgvingar bodnar út og settar at byrja heysthálvuna 2016. Onnur er masterútbúgving í fólkaheilsuvísindum, og hin er bachelorútbúgving í búskaparfrøði. Niðanfyri er yvirlit yvir tær útbúgvingar, ið kunnu takast á Fróðskaparsetri Føroya. Yvirlitið er dagført 1. juni 2016.
Hægsta nautiska útbúgving, tú kanst fáa, er skipsføraraútbúgvingin. Samstundis er hetta ein leiðaraútbúgving, ið gevur alskyns vinnumøguleikar. Størsta arbeiðsplássið er altjóða skipaflotin.
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi Á bachelorstigi • B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði • B.Sc. í vistfrøði • B.Sc. í havlívfrøði • B.Sc. í mýlskari lívfrøði • B.Sc. í KT-verkfrøði • B.Sc. í orkuverkfrøði Á masterstigi • Master í fólkaheilsuvísindum Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi Á bachelorstigi • B.A. í føroyskum máli og bókmentum • B.A. í søgu (smátjóðir og altjóðagerð) • B.S.Sc. í samfelagsvísindum (sosialvísindi og samfelagsplanlegging) 12 | !ølnir 2016
• • • •
B.S.Sc. í samfelagsvísindum (politikkur og umsiting) B.Ed. í undirvísing (1.-10. flokk) – fólkaskúlalærari B.Ed. í námsfrøðiligum arbeiði – námsfrøðingur B.Sc. í búskaparfrøði
Á masterstigi • M.A. í føroyskum máli og bókmentum • M.A. í West Nordic Governance and Sustainable Management • M.A. í løgfrøði • Masterlæra á Søgu- og samfelagsdeildini: • M.A. masterlæra í søgu • M. S. Sc. masterlæra í sosialvísindi og samfelagsplanlegging • M. S. Sc. masterlæra í politikki og umsiting Hjánám • Hjánám í føroyskum • Hjánám í søgu • Hjánám í samfelagsfrøði • Hjánám í politikki og umsiting • Hjánám í støddfrøði Hjánám er viðkomandi, tá ið ein vil hava masterútbúgving, sum er sett saman av tveimum fakum. Hjá teimum, sum t.d. vilja vera lærarar í miðnámsskúlum, kann tað vera ein fyrimunur, men eingin treyt, at hava tvær lærugreinir at undirvísa. Onnur lærugreinin skal vera høvuðsgrein og hin hjágrein.
Tað tekur trý ár at lesa til skipsførara, og tá hevur tú møguleikar at gerast hægsti yvirmaður á øllum skipum á øllum høvum. Eisini ber til at lesa til skipara, ið tekur hálvtannað ár, og tá hevur tú rætt at føra handilsskip upp til 3000 tons og øll fiskiskip á øllum høvum. Undirvísingin fer fram partvís sum skeið og partvís sum floksundirvísing, og afturat hesum skulu javnan skrivligar heimauppgávur, starvsstovuvenjingar og verkætlanir gerast. Skúlagongdin er býtt sundur í modul ella lestrareindir. Stendur lesandi ikki okkurt modul, sleppur viðkomandi kortini at halda fram í næsta flokki, men má sjálvandi taka modulini umaftur. Talan er um spennandi útbúgving, har eitt nú simulatorroyndir lata tey lesandi royna sína vitan í verki, sum um tey stóðu á brúnni á einum veruligum skipi. Maskinist- og maskinmeistaraútbúgving Hægsta útbúgving til tekniskan yvirmann á skipum er maskinmeistaraútbúgvingin, sum tekur trý ár. Eins og nautisku útbúgvingarnar er maskinmeistaraútbúgvingin býtt upp í modul. Møguleiki er eisini at lesa til maskinist, og tá hevur tú loyvi at
vera maskinstjóri á skipum upp til 3000 KW maskinu. Tað svarar til meginpartin av føroyska fiskiflotanum. Maskinistútbúgvingin tekur umleið 9 mánaðar. Umframt vinnu- og starvsmøguleikar umborð á skipum gevur maskinmeistaraútbúgvingin bestu møguleikar fyri starvi í einari komandi oljuvinnu í Føroyum ella longu nú í oljuvinnu aðrastaðni. Í hesi vinnu eru maskinmeistarar ein hin størsti einstaki yrkisbólkurin. Maskinmeistaraútbúgvingin gevur eisini nógvar møguleikar á landi. Maskinmeistarin er ofta tekniskur leiðari á virkjum ella í størri fyritøkum, og møguleikarnir at hava egna fyritøku eru eisini góðir. Eitt nú kanst tú fáa loyvisbræv sum løggildur elinnleggjari, um tú hevur arbeitt í minsta lagi tvey ár við sterkstreymstekniskum arbeiði, harav í minsta lagi eitt ár sum elektrikari. Somuleiðis ber til at fáa loyvisbræv sum kølimontørur, um tú hevur arbeitt í minsta lagi tvey ár á góðkendum kølivirki, og víðari ber eisini til at fáa víðkað loyvisbræv, um tú hevur arbeitt í minsta lagi eitt ár sjálvstøðugt, men undir eftirliti av einum góðkendum kølivirki.
Meira fæst at vita á www.setur.fo
!ølnir 2016 | 13
MFS 16 18 20 22 23 24 26 27 28 30 31 32 34 36 38
14 | !ølnir 2016
Hvat er MFS? MFS hevur fingið nýggja skrivstovu MFS ger um seg á altjóða pallinum MFS Føroyanevndin MFS Keypmannahavnarnevndin MFS á Instagram Føroyar tørvar teg Markleys Útbúgving Pisudagar Samstarv við Avalak Løgtingsvalið 2015 Etisk mál og virði í Keypmannahavn Ræstkjøtaveitslan Einar burðardyggar Føroyar Flaggdagshald í Keypmannahavn
!ølnir 2016 | 15
MFS
Hvat er MFS? NAVN Torstein Jóhannes Fríðfinsson LESUR Verkfrøði á Danmarks Tekniske Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) er felagsskapurin hjá teimum føroysku lesandi. Vit eru til taks at hjálpa við at bata um viðurskiftini hjá teimum lesandi kring heimin. Vit eru stovnurin, sum tit kunnu venda tykkum til, tá ið tað er okkurt, sum tykkum ikki dámar. Tit hava eisini møguleikan at koma við tankum, um tað er okkurt, sum tit halda skuldi verið øðrvísi. MFS er umboðað av lesandi, ið arbeiða miðvíst fyri at troka á og gera vart við viðurskifti, ið á einhvønn hátt ávirka tey lesandi. MFS hevur síðan 1962 arbeitt fyri viðurskiftunum hjá teimum lesandi, og tískil hevur felagið drúgvar royndir við at ganga á odda, tá ið átøk verða framd
Føroyum. Í løtuni eru tað bert nevndir í Føroyum og Danmark. Hevur tú hug at stovna eina deild, har tú lesur, so er tað bert at fara í gongd – vit skulu nokk hjálpa tær. HVÍ SKAL EG KOMA VIÐ Í MFS? Í MFS er tað møguligt hjá tær at fáa drúgvar royndir innan alt frá fyriskipan av tiltøkum og skriva lesarabrøv til at verða blaðstjóri. Tú kemur í samband við onnur lesandi, sum hava somu áhugamál sum tú, og sum kunnu koma við einum ískoyti, tá ið tú hevur eitt hugskot. MFS er ein sera mennandi felagsskapur, sum hjálpir tær við at menna teg sum persón og sum lesandi.
Vit royna okkara besta at veita hjálp til øll støð, har ið føroysk lesandi eru. Vit hava millum annað havt nevndir í Íslandi, Avstralia, Norra, Bretlandi, Danmark og
16 | !ølnir 2016
lum hesum er, og hvat tú skalt brúka hetta til. Tá er tað heilt einfalt deiligt at hava okkurt við síðuna av lestrinum, sum tú kanst arbeiða við. Har tú sært, at tú gert mun, ting henda, fólk lurta eftir tær, og tú samstarvar við onnur lesandi.
“Kom við! Tú kanst gera mun!”. Hetta eru orð, mann ofta hoyrir frá fólki, tá ið tey vilja hava teg at koma við í einhvønn felagsskap, men hetta er veruleikin í MFS. Her gera vit øll mun, og eingin kann ella vil forða tær í nøkrum, um tú hevur eitthvørt ynski.
RÁÐIÐ HJÁ MFS Ráðið verður sambært reglugerðum felagsins valt á ársaðalfundi og kann í mesta lagi verða sett saman av 11 ráðslimum. Ráðið skipar seg á aðalfundinum við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Skrivarin hjá MFS virkar vanligt sum kassameistari hjá MFS. Ráðið er hægsti myndugleiki í MFS og virkar sum savningardepil fyri virkseminum í nevndunum.
MFS Á CV’NUM MFS á CV’num er nógv vert, tá ið tú einaferð skalt út at søkja arbeiði. Hetta leggur upp til, at arbeiðsgevarin sær, at tú ert ein ágrýtin persónur, ið hevur áhuga í at ávirka tað umhvørvið, sum tú ert í. Men tú skalt ikki einans koma við í MFS fyri at pynta um CV – mest av øllum er tað, at tú kennir, at tú gert mun. Tað at vera lesandi kann onkuntíð vera keðiligt. Og tú kanst ofta sita og ivast í, hvat meiningin við øl-
Ráðið er so at siga tann politiski parturin av MFS, og tað er her, viðkomandi mál teirra lesandi verða viðgjørd og umrødd. Ráðið tekur sær eisini av teimum uppgávunum, sum liggja uttan fyri arbeiðið hjá nevndunum, til dømis at føra bókhald og at skipa fyri tiltøkinunum “Markleys Útbúgving” og “Jobmatch”. Ráðið hevur eisini ábyrgd av blaðnum hjá MFS, “Fjølnir”.
»Vit royna okkara besta at veita hjálp til øll støð, har ið føroysk lesandi eru« og uppskot løgd fram. Av tí at vit eru tann almenna røddin hjá teimum lesandi og eru við, tá ið uppskot og lógir, sum fevna um tey lesandi, verða viðgjørd, hava vit ávirkan á politisku skipanina og tær lógir, sum koma harfrá.
»Av tí at MFS er á fíggjarlógini, ger tað okkara fíggjarligu støðu góða« Av tí at MFS er á fíggjarlógini, ger tað okkara fíggjarligu støðu góða. Teir pengarnir, sum vit fáa frá landinum, fara millum annað til lønir, tiltøk og annað virksemi, ið upplýsir ella hjálpir teimum lesandi. NEVNDIR Undir ráðnum eru nevndirnar. Tær arbeiða við lestrarviðkomandi málum í einum rættiliga breiðum týdningi. Nevndirnar hjá MFS eru so at siga hjartað í MFS, og tað er her, alt fótarbeiðið fer fram, og tað eru vanliga tey, sum tú møtir. Sum dømi kann kenda ræstkjøtaveitslan hjá nevndini í Danmark nevnast, sum verður hildin um veturin. Nevndirnar virka í stóran mun óheftar av yvirskipaða ráðnum. Tær skipa fyri tiltøkum, veistlum og virka fyri ítøkiligum viðurskiftum hjá teimum lesandi júst har, tey eru. Tað er lættari at skipa fyri tiltøkum, um ein er við í MFS, av tí at MFS kann veita fíggjarligan stuðul. MFS hevur hópin av royndum, og hetta gagnnýta lokalfeløgini til at gera lestrarlívið meira spennandi hjá teimum lesandi. Hvør deild hevur ein formann/-kvinnu og nakrar limir. Hvussu deildirnar skipa seg, gera deildirnar sjálvar av.
SKRIVSTOVAN Alt arbeiðið hjá MFS er sjálvboðið, tó er skrivarin hjá okkum settur til at røkja roknskapin og føra bókhald, og er hetta eitt 10 tímar lestrarstarv. Í løtuni er tað Barbara Gaardlykke Apol, sum er skrivari hjá MFS. Fyri nøkrum árum síðan valdi MFS at flyta skrivstovuna heim til Føroyar í samljóð við, at fokus varð lagt á, at vit skulu fáa so nógv lesandi sum gjørligt at verða verðandi í Føroyum. Tíðin var eisini komin hjá okkum at flyta skrivstovuarbeiðið heim. SØK MFS UM STUÐUL TIL HEIMFERÐINA MFS hevur í nógv ár havt ein ferðastuðulsgrunn, Flogvit, sum kann veita tær stuðul til ferðaseðil heim í samband við eina uppgávu ella annað, ið hevur við føroysk viðurskifti at gera. Tú kanst síggja umsóknarfreist og lesa meira um Flogvit á heimasíðuni hjá MFS: www.mfs.fo.
!ølnir 2016 | 17
MFS
MFS hevur fingið nýggja skrivstovu
MFS ynskir at hava fingurin á pulsinum á føroyska lestrarumhvørvinum. Vit vilja vera rødd teirra lesandi, og tí hava vit eisini valt at hava eina skrivstovu í lestrarmiðdeplinum í Føroyum, Setrinum, so at tú sum lesandi altíð kann koma í samband við okkum. Skrivstovan hjá MFS heldur til Fr. Petersensgøtu 9 í Tórshavn. Hetta er í sama bygningi, sum Seturscaféin eisini heldur til í. Áður hevur MFS havt skrivstovu í Keypmannahavn, Aarhus og í Bókbindaragøtu í Havn. Tann 1. februar í ár fekk MFS síðani skrivstovu á Seturscaféini í Havn.
18 | !ølnir 2016
H e r búg v a v it
Endamálið við skrivstovuni er at fáa tættari samstarv millum MFS og føroyska lestrarlívið, og hvar eru møguleikarnir betri enn í sjálvari Seturscaféini? Á skrivstovuni starvast skrivari okkara, Barbara Gaardlykke Apol, og tað ber altíð til at koma til eitt prát, tá ið skrivstovan er opin. Meir um upplatingartíðir sæst at lesa á leinkjuni: www.mfs.fo/skrivstovan
!ølnir 2016 | 19
MFS
Formansfrágreiðingin:
NAVN Torstein Jóhannes Fríðfinsson LESUR Verkfrøði á Danmarks Tekniske Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
MFS ger um seg á altjóða pallinum Seinasta árið hevur MFS ment seg sera nógv í mun til okkara luttøku á tí altjóða pallinum. Vit hava tvær ferðir seinasta árið verið við á NOM-ráðstevnuni. NOM er ein norðurlendsk ráðstevna fyri lestrarfelagsskapir. Á ráðstevnuni verða nógv evni, sum viðkoma teimum lesandi í norðanlondum, umrødd og viðgjørd. Eitt dømi er trupulleikin viðvíkjandi lesandi, sum velja at gevast, og ongantíð koma í gongd aftur. Hetta er eisini eitt evni, sum vit kenna nógv til í Føroyum. LESTRARÍBÚÐIR Á VEG Í FØROYUM Vit í MFS hava í eitt longri tíðarskeið arbeitt miðvíst ímóti at fáa lestraríbúðir til tey lesandi í Føroyum. Hetta arbeiðið, saman við góðum politiskum vilja frá bæði landsmyndugleikunum og kommunum, hevur nú givið úrslit. Vónandi longu komandi ár koma tær fyrstu 37 lestraríbúðirnar. Hetta fegnast vit í MFS um. Men enn eru vit ikki komin á mál – vit eru enn í tí støðu, at nógvar lestraríbúðir vænta. Hetta er tó eitt stórt stig á leiðini. LESANDI SKULU HAVA LÆTTARI ATGONGD TIL AT VELJA MFS hevur í longri tíð roynt at gjørt tað lættari hjá lesandi uttanlands at velja til løgtingsvalið. Til løgtingsvalið í september valdu vit at gera ein film um, hvussu ein skuldi skráseta seg til løgtingsvalið,
20 | !ølnir 2016
MFS ráðið sær soleiðis út
og gav hetta eisini úrslit. Vit hava verið í samband við myndugleikarnar og royna at fáa eina skipan, soleiðis at tað í framtíðini verður lættari hjá lesandi at skráseta seg til løgtingsvalið. Tí um vit vilja hava einar so fjølbroyttar Føroyar sum gjørligt, má tað gerast líka lætt hjá øllum føroyingum at atkvøða til val. FØROYSKI LESTRARSTUÐULIN MÁ BETRAST Tey, sum velja at verða verðandi í Føroyum, skulu ikki revsast fyri tað valið, men soleiðis er núverandi støðan. Vit hava í Føroyum eina lestrarstuðulsskipan, sum er ov vánalig, og tað átti at verið gjørt okkurt við hana stundisliga. Vit í MFS eru av tí áskoðan, at tað at vera lesandi er eitt fulltíðarstarv, og vit halda tí, at tað eisini skuldi verið endurspeglað í studninginum. Studningurin eigur at verða hækkaður upp í 12 mánaðir, og er hetta eitt tað mest týðandi málið hjá okkum í MFS. Hetta er tíbetur ikki nakað, ið vit eru einsamøll um. Í samgonguskjalinum stendur tað, at lestrarstuðulin verður hækkaður, og hetta er eisini nakað, sum vit fara at arbeiða fram ímóti.
FORMAÐUR Torstein Jóhannes Fríðfinsson NÆSTFORKVINNA Lív Egilsdóttir Olsen SKRIVARI Katrin Fríða Jógvansdóttir KASSAMEISTARI Poula Lassen RÁÐSLIMIR Linda Klein, Helena Fríða Jørmundsson, Marjun Lindarstein, Anne M. Hansen, Bárður Clementsen, Terji Beder. (Guðrun Jacobsen, Gurðun Durhuus og Eirikur H. Sanderson vanta á myndini).
!ølnir 2016 | 21
MFS
MFS Føroyanevndin NAVN Katrin Fríða Jógvansdóttir LESUR Løgfrøði á Københavns Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
Á aðalfundinum á sumri 2015 varð Føroyanevndin hjá MFS endurstovnað eftir at hava ligið still í nøkur ár. Nevndin byrjaði virksemið við at skipa fyri pallborðsfundi í Perluni í Tórshavn stutt fyri løgtingsvalið og hevur síðan arbeitt við at skriva lesarabrøv og at leggja ætlan fyri, hvat nevndin skal arbeiða við ta næstu tíðina.
Nevndin hevur sína kjarnu á og rundan um Setrið og virkar fyri at betra trivnaðin hjá lesandi í Føroyum við miðvíst at varpa ljós á lestrarviðurskiftir í Føroyum. Vit í MFS fegnast um, at Føroyanevndin er endurstovnað, og vit eru spent at síggja, hvat virksemi nevndin fer at hava framyvir.
MFS Keypmannahavnarnevndin NAVN Katrin Fríða Jógvansdóttir LESUR Løgfrøði á Københavns Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
Nevndin hjá MFS í Keypmannahavn er mannað av 18 fólkum hesa ferð og hevur aðalfund í byrjanini av lestrarárinum hvørt ár, har nýggj nevnd verður skipað. Arbeiðið hjá nevndini snýr seg í høvuðsheitum um at skipa fyri tiltøkum, bæði ymisk og afturvendandi, umframt at taka sær av Instagram-vanganum. Nevndin skipar fyri tiltøkum um evni, ið vit antin meta vera umráðandi, áhugaverd ella evni, sum vit meta, at ljós burdi verið varpað á. Hesa ferð hava vit skipað fyri tiltøkunum Etisk mál og virði, Einar burðardyggar Føroyar og Les master á Setrinum í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya og ikki minst fyri pallborðsfundi beint upp undir løgtingsvalið. Umframt hesi tiltøkini skipa vit fyri Ræstkjøtaveitsluni og Flaggdagshaldinum á Regensen, sum eru á hvørjum ári. Eisini skipa vit fyri hugna á valkvøldum, har møguleiki er at hittast í Føroyahúsinum og fylgja við valinum og hoyra eina framløgu. Vit hava seinasta árið skipað fyri tílíkum kvøldum til Fólkatingsvalið og Løgtingsvalið og fara í novembur at hittast, tá tað amerikanska valið verður. Til tiltøkini luttaka vanliga 50-120 fólk, og øll eru vælkomin til tiltøkini hjá Keypmannahavnarnevndini, ið oftast eru í Føroyahúsinum ella á Norðuratlantsbryggjuni. Eisini er møguligt at fylgja við okkara virksemi á Facebook-vanganum hjá MFS. Tað er bæði hugnaligt, stuttligt og gevandi at vera við í arbeiðnum hjá nevndini, umframt at mann kemur at hitta nógv nýggj og spennandi fólk! So um tú býrt í Keypmannahavn og hevur áhuga í at hoyra meira um okkara virksemi ella vera við í
22 | !ølnir 2016
nevndini, ert tú vælkomin at skriva til okkum ella luttaka á aðalfundinum í byrjanini av lestrarárinum. Fundurin verður lýstur á Facebook.
(ovast frá vinstru: Eirikur Sanderson, Høgne Jespersen, Torstein Jóhannes Fríðfinsson, Turið Maria Jóhansdóttir, Poula Lassen, Emil Biskopstø, Guðrun Durhuus, Brynhild D. Carlsson, Beinta Beinisdóttir, Guðrun Jacobsen, Marjun Lindarstein, Elin Sofía á Tjaldrafløtti, Katrin Fríða Jógvansdóttir, Ann Krista í Dali, Ruth W. Poulsen. Mangla á myndini: Brim H. Hoydal, Kristianna D. Jákupsdóttir og Lív E. Olsen).
!ølnir 2016 | 23
MFS
MFS á Instagram NAVN Katrin Fríða Jógvansdóttir LESUR Løgfrøði á Københavns Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
24 | !ølnir 2016
Síðan byrjanina av 2015 hava útvald lesandi havt eina viku hvør at greiða frá í orðum og myndum, hvussu lív teirra er sum lesandi. Vit hava fylgt fólkum úr Keypmannahavn, Lund, Brússel, York og enntá heilt úr Hong Kong og Ningbo. MFS setti á stovn vangan á Instagram við tí endamáli at vísa á, hvussu lestrarlívið hjá føroyingum er kring knøttin. Hetta varð gjørt fyri at geva íblástur til tey, ið skulu undir víðari lesnað og upplýsa um, hvørjir møguleikar eru. Samstundis kann mann síggja, hvussu lestrarlívið veruliga er, heldur enn einans at lesa á einari heimasíðu, har tað ofta bara er tað fakliga, ið
verður lýst. Tað hevur verið møguleiki at fylgja við onkrum, ið hevur verið skiftislesandi ella í starvslestri. Tó er vangin ikki bara ætlaður komandi lesandi, men eisini er stuttligt at fylgja við, um tú longu ert lesandi ella ert liðug/ur. Um tú hevur áhuga í at leggja myndir út fyri at vísa títt lestrarlív, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á Facebook ella umvegis teldupost. Tað hevur verið stuttligt at fylgt við higartil, og vit gleða okkum at síggja fleiri, so tað er bara at fara á Instagram og fylgja við MFStudenta. Vit síggjast!
!ølnir 2016 | 25
MFS
Føroyar tørvar teg NAVN Katrin Gregersen NAVN Syðrugøta
Jobmatch er sett í verðina fyri áhaldandi at røkja sambandið millum føroyskan ungdóm undir lestri og tann føroyska vinnugeiran. Vónin er, at hetta sambandið í størri mun fer at fáa tykkum at velja Føroyar, tá tit skulu gera av, hvar tit skulu búsetast og arbeiða eftir loknan lestur. JOBMATCH – KOMIÐ FYRI AT VERÐA Í 2008 varð fyrsta Jobmatch-starvsstevnan fyriskipað, og er hon nú vorðin eitt afturvendandi tiltak millum jól og nýggjár. Hesi árini er tiltakið voksið í vavi, og lut-
takarar á starvsstevnuni telja bæði størri og smærri privatar og almennar arbeiðsgevarar. Jobmatch er í teirra eygum ein týðandi táttur í menningarætlanini í mun til setan av nýggjum starvsfólki. Í fjør vitjaðu umleið 500 fólk starvsstevnuna, og eftirmetingarnar vísa støðugt á, at tey vitjandi eru væl nøgd við tiltakið, og millum 10-15 % siga seg fáa nakað ítøkiligt burturúr. Í ár verður tiltakið hósdagin tann 29. desember í Norðurlandahúsinum. Vit gleða okkum at síggja teg.
Markleys Útbúgving NAVN Katrin Fríða Jógvansdóttir LESUR Løgfrøði á Københavns Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
Markleys Útbúgving savnar øll miðnámsskúlalesandi kring landið til eitt stórt upplýsingartiltak í Norðurlandahúsinum um útbúgving á klettunum og uttanlands. Tey lesandi velja tríggjar ella fýra framløgur um ymsar útbúgvingar. Umframt allar útbúgvingarnar á Setrinum var eisini møguligt at hoyra frá Danmark, Noregi, Svøríki, Fraklandi, Íslandi, Australia og Stóra Bretlandi. Framløgurnar vóru á einar 10 minuttir, og var úrvalið sum vera man stórt hjá teimum lesandi. Markleys Útbúgving er ikki bert um dagin fyri tey lesandi, men hevur tað eisini verið opið fyri almenninginum um kvøldið. Tað hava verið fleiri, sum hava tikið av møguleikanum, og tað var ikki øðrvísi hesa ferð. Fólk eru málrættað og spyrja spurningar, um tey ivast í onkrum.
breiða mynd av tí, tey ynskja sær at lesa. Eisini ein meira persónlig mynd verður tøk at fáa av møguliga lestrarstaðnum. Mong eru útbúgvingarstøðini, og Markleys Útbúgving er við til at vísa tey lesandi á eina gongda leið. Vit í MFS fara at royna at vera partur av MÚ so leingi, vit kunnu, og tað er eisini heilt greitt hví: Tí fjølbroyttir útbúgvingarmøguleikar geva okkum eitt fjølbroytt fólk við nógvum ymsum førleikum. MÚ hevur eisini seinastu árini broytt útbúgvingarmynstrið. Týðiliga sæst, at til dømis eru fleiri, ið velja Stóra Bretland og onnur lond. Nevnast kann, at umboð fyri setur í Kina vóru fyrra árið, og tað gav eisini ein føroyskan lesandi til Kina. Markleys Útbúgving verður aftur í 2016, og tá er tað at møta upp og kunna seg um møguleikarnar.
MFS OG MARKLEYS ÚTBÚGVING MFS er við til at skipa fyri Markleys Útbúgving, og hava vit roynt at funnið fleiri lesandi kring knøttin at greiða frá sínari lestrarleið. Saman við lestrarvegleiðarum frá ymisku støðunum fáa miðnámsskúlalesandi eina
26 | !ølnir 2016
!ølnir 2016 | 27
MFS
Pisudagar NAVN Katrin Fríða Jógvansdóttir LESUR Løgfrøði á Københavns Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
MFS hevur seinastu árini skipað fyri pisudøgum saman við Eik og Altjóða Skrivstovuni. Hetta tiltakið er ætlað teimum, ið eru ávegis uttanlanda í lestrarørindum og hevur til endamáls at veita hjálp við góðum ráðum og kunning um, hvussu tú kanst koma so væl frá byrjan sum gjørligt. Harumframt er eisini møguleiki hjá teimum komandi lesandi at møta øðrum, sum eisini skulu undir hægri lesnað og á tann hátt koma at kenna nýggja fólk.
Føroyska Ráðgevingin í Danmark høvdu framløgur, og eisini var høvi at seta spurningar. Eftir framløgurnar vóru fólk deild upp í bólkar, har uppbýtingin var eftir, hvørjum býi ella landi tey flestu lesa í. Eitt nú eru umboð frá ymsu býunum í Danmark, meðan onnur umboða heil lond, eitt nú Svøríki, Ongland og Pólland. Í hesum bólkum greiða umboðini frá, hvat er týdningarmikið at minnast til og geva góð ráð, samstundis sum fólk fáa høvi at seta spurningar um eitthvørt.
Pisudagarnir í 2016 vóru í deildini hjá Eik í Klaksvík og í ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn. Eik, ASK, MFS, og
Leinkjan millum lesandi og vinnulív LEINKJAN.FO
Føroyskar fyritøkur kunnu leggja uppskot til verkætlanir á leinkjan.fo, sum lesandi kunnu arbeiða við sum part av útbúgvingini. Á henda hátt eru fyritøkurnar við til at halda sambandið við tey lesandi, og kunnu fáa útgreinað viðurskifti av týdningi fyri fyritøkuna. Tey lesandi sleppa hinvegin at arbeiða við verkætlanum, sum kunnu skapa virði. !ølnir 2016 | 29
28 | !ølnir 2016 Vinnuhúsið eigur og rekur leinkjan.fo
Fá meira at vita á www.leinkjan.fo
MFS
Samstarv við Avalak NAVN Katrin Fríða Jógvansdóttir LESUR Løgfrøði á Københavns Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
Grønlendska lestrarfelagið Avalak setti seg í samband við nevndina hjá MFS í Keypmannahavn fyri nøkrum mánaðum síðan fyri at byrja eitt samstarv. Feløgini hava fyrr havt samstarv, men tað datt niðurfyri. Limir úr Keypmannahavnarnevndini hjá MFS og Avalak settu seg saman til eitt prát um, hvussu tað kennist at vera lesandi og hava eitt lestrarfelag í einum øðrum landi enn í upprunalandinum. Tað var áhugavert at samanbera, hvussu ymiskt vit hava upplivað at flyta til Danmarkar, og hvørjar avbjóðingar vit mettu vera størstar – eitt nú, at tey ikki høvdu trupulleikar við málinum, av tí at tey vóru von at tosa danskt í Grønlandi, meðan vit mettu, at tað at skifta til danskt í gerandisdegnum var ein tann størsta avbjóðingin. Eisini tosaðu vit um, hvussu lesandi høvdu tað í ávikavist Føroyum og Grønlan-
Fakta
di, og hvørjar avbjóðingar tað vóru við at lesa í Føroyum og Grønlandi í mun til í Danmark. Harafturat tosaðu vit um, hvørji tiltøk vit plaga at skipa fyri, og hvønn politikk vit fremja. Eitt nú skipar Avalak fyri biograftúrum, SU-døgurða síðsta mikudag í mánaðanum og vikuskiftisskeið – í ár var evnið á skeiðnum Arktis. At enda samdust vit um at skipa fyri tiltøkum saman, eitt nú onkrum mentanarligum tiltaki, har møguleiki verður at royna grønlendskan og føroyskan mat og drekka aftur við tónleiki og práti. Vit eru spent at arbeiða við Avalak framyvir og vóna, at vit kunnu geva hvørjum øðrum íblástur – bæði til hvønn politikk, vit fremja, og hvørji tiltøk vit fara at skipa fyri og seta í verk.
Løgtingsvalið 2015 NAVN Guðrun Durhuus LESUR Løgfrøði á Københavns Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
Vanligt er, at føroyingarnir í Kongens København finna saman, tá okkurt stórt er á vási. Ikki bara heima í Føroyum, men eisini aðrastaðni – m.a. vísti MFS frá tí skotsku fólkaatkvøðuni, og ætlanin er at vísa amerikanska forsetavalið í november. Fólkatingsvalið og løgtingsvalið í 2015 vóru ongin undantøka. PALLBORÐSFUNDUR Áðrenn løgtingsvalið varð skipað fyri pallborðsfundi í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv. Hóast fleiri ikki vóru komin heim úr summarferiu, var fitt av fólki, tá fundurin byrjaði tann 22. august. Evnini vóru: útbúgvingarpolitikkur, heilsupolitikkur, sosialpolitikkur og haldføri hjá føroyska búskapinum. Umboð fyri allar politiskar flokkar luttóku, og Kringvarpið varpaði tiltakið út. Orðstýrarir vóru Maritu á Rógvi, journalistlesandi, og Marjun Lindarstein, stjórnmálafrøðilesandi.
VALIÐ 1. september var fult í Føroyahúsinum, har nógv – bæði lesandi og ikki lesandi – høvdu leitað sær inn á Vesturbrúgv at hyggja eftir løgtingsvalinum saman við øðrum føroyingum. Live-stroymið frá Kringvarpi Føroya var á stórskíggja, og umboð frá KVF vóru á staðnum og sendu beinleiðis heim til Føroyar. Eisini var framløga, ið tók støði í teimum fyrstu tølunum, ið vóru komin inn. Leypandi gjøgnum kvøldið løgdu Regin Reinert og Flóvin Eidesgaard, sum tá báðir arbeiddu á Danmarks Statistik, og fyrr hava arbeitt við veljara- og spurnarkanningum hjá Gallup, Epinion og SFI Survey, fram teirra prognosur um endaliga valúrslitið. Hóast nøkur vóru fegin og nøkur minni fegin um valúrslitið, var lagið gott, og tað betraðist um longsulin at vera millum føroyingar í valtíð.
Avalak er eitt grønlendskt lestrarfelag, ið hevur høvuðssæti í Keypmannahavn og harafturat lokalnevndir, m.a. í Aalborg, Aarhus og Odense Avalak hevur kontór í tí grønlendska húsinum í Keypmannahavn Felagið hevur umleið 80 limir Endamálið hjá felagnum er at røkja áhugamálini hjá grønlendskum lesandi Tað eru umleið 800 grønlendsk lesandi i Danmark Til ber at fylgja við grønlendskum lesandi á teirra Instagram-vanga, ið kallast Avalak
30 | !ølnir 2016
!ølnir 2016 | 31
MFS
Etisk mál og virði í Keypmannahavn NAVN Elin Sofía Á Tjaldrafløtti LESUR Antropologi á Københavns Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
Heini Reinert er magistari í heimspeki frá University of Leeds og er samstovnari av bólkinum Gudloysi. Til framløguna tók Heini eisini útgangsstøði í teimum etisku málunum í samgonguskjalinum, og frá einum heimsspekiligum sjónarmiði
Keypmannahavnarnevndin hjá MFS skipar fyri tveimum tiltøkum hvørja lestrarhálvu, har vit fáa lesandi, yrkisfólk og/ella føroyskar politikarar at tosa og kjakast um ymisk evni, sum hava týdning og áhuga fyri føroysk lesandi í Keypmannahavn. Í vár skipaðu vit fyri tiltakinum ‘Etisk mál og virði’, har endamálið var at seta spurnartekin við tey sonevndu “etisku málini” í samgonguskjalinum, men eisini at varpa ljós á, at etisk mál og virði eru meira enn tað, vit sipa til í føroyskum politikki. Hesa ferð løgdu vit dent á at fáa ungar, nýhugsandi og kritiskar røddir at viðgera evnið fyri at fáa eina fjølbroytta mynd av, hvussu vit kunnu skilja og arbeiða við etiskum
32 | !ølnir 2016
málum og virðum á ein øðrvísi hátt, enn vanligt verður í føroyskum politikki. Turið Nolsøe lesur retorikk á Københavns Universiteti. Til framløguna tók Turið útgangsstøði í sjálvari orðingini um tey sonevndu etisku málini í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Frá einum diskursanalytiskum vinkli lýsti hon, hvussu tey etisku málini eru vorðin eitt retoriskt súmbol, og oftast mynda tey mál, ið stríða ímóti eini konservativari kristnari trúgv – og hvussu tað skapar ein ekskluderandi diskurs í føroyskum politikki. Harumframt argumenteraði Turið fyri, hvussu málini verða nýtt sum eitt retoriskt súmbol í føroyskum politikki.
greiddi hann frá, hvussu øll politisk mál í roynd og veru eru etisk mál, og lýsti hann trupulleikan við, at nøkur mál fáa serstøðu sum meira etisk enn onnur í føroyskum politikki. Onnur helvt av tiltakinum fór burtur frá teimum etisku málunum í samgonguskjalinum og hevði til endamáls at vísa á, hvussu arbeitt verður við etikki í øðrum lærugreinum. Bjartur Dal-Christiansen lesur vinnulívsbúskaparfrøði og heimspeki á Copenhagen Business School. Frá einum fakligum sjónarmiði greiddi hann frá, hvussu samanspælið millum rentu og kapping, ótryggleika og girnd eru viđ til at skapa tann vaksandi ójavnan í samfela-
gnum og í heiminum sum heild. Bjartur argumenteraði fyri, hví pengar og kapitalur áttu at verið viðurkend sum etisk mál í okkara samfelag. At enda høvdu vit fingið Katlu Heðinsdóttir, sum lesur heimspeki og er serliga áhugað í djóraetikki, at hava eina framløgu. Katla greiddi frá, hvussu vit menniskju síggja og skilja ymisk djór ymiskt. Serliga í mun til, hvussu tað er náttúrligt fyri menniskju at gera eitt etiskt djóra-hierarki, har nøkur djór verða sædd sum meira verd enn onnur. At enda setti hon spurning við, um og hvussu vit kunnu forsvara hesar virðismetingar. Aftan á framløgurnar vóru fleiri spurningar settir frá áhoyrarunum og frá orðstýraranum Káru Bjarnadóttir, ið eisini lesur retorikk á Københavns Universiteti. Tiltakið varð hildið á Oyrasundskollegiinum, og hetta sást aftur á tí stóru fjøldini, ið var møtt upp.
!ølnir 2016 | 33
MFS
Ræstkjøtaveitslan NAVN Guðrun Durhuus LESUR Løgfrøði á Københavns Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
34 | !ølnir 2016
Fyrst í februar á hvørjum ári er vanligt, at Keypmannahavnarnevndin hjá MFS skipar fyri ræstkjøtaveitslu. Í ár var onki undantak. Veitslan er ikki bert fyri lesandi, men fyri allar føroyingar búsitandi í Keypmannahavn, og aftur í ár vóru øll 120 atgongumerki seld. 13. februar kl. 19 lótu dyrnar upp í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv, og ein góðan tíma aftaná kom røst súpan á borðið aftur við tónunum hjá Jógvani Breckmann, ið í ár spældi gittara. Eisini tók dugnaligi Sunnleif Andreasen myndir á tiltakinum, ið kunnu síggjást á Facebook-vanganum hjá MFS.
Eftir at ræsta kjøtið var etið, skipaði MFS fyri spurnarkapping millum borðini, har vinnarin fekk lutað vinning. Sungið og dansað varð í Føroyahúsinum út á náttina, og síðan fóru flestu luttakararnir á vælkenda (føroyska) náttklubban Skarv á Pilestræde. Atgongumerkini til veitsluna góvu ókeypis atgongd til Skarv hetta kvøldið. Vónandi síggja vit teg næsta ár!
!ølnir 2016 | 35
MFS
Einar burðardyggar Føroyar NAVN Emil Biskopstø LESUR Cand.merc á Syddansk Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
36 | !ølnir 2016
Fyri at varpa ljós á, hvørja ávirkan fiskiog alivinnan hevur á føroyska umhvørvinum, skipaði MFS fyri tiltakinum ”Einar burðardyggar Føroyar”, sum varð hildið á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn tann 31. mars 2016. Umleið 60 føroysk lesandi høvdu leitað sær til tiltakið hetta hóskvøldið fyri at fáa eina størri vitan um evnið. Tiltakið varð eitt sindur seinkað, tí landsstýriskvinnan í heilsu- og umhvørvismálum, Sirið Stenberg, var møtt skeivt upp í Føroyahúsinum. Landsstýriskvinnan segði í síni framløgu, at tá hon spurdi konurnar í Føroyahúsinum, um hon var komin rætt, var svarið: “Ja, tað ert tú. Tú kanst bara seta teg á handan stólin og fáa tær stokkar og garn úr kurvini, vit halda bindiklubb.”
skeljadjór, av tí at laksalúsin sjálv er skeljadjór. Tað bleiv upplýst, at havstreymarnir kring Føroyar føra tey vistfrøðiligu evnini til havs, og tískil eru hesi ikki til ampa fyri umhvørvið.
Eftir hesa heldur stuttligu hending møtti landsstýriskvinnan upp á røttum stað, og tiltakið kundi byrja. Dentur varð lagdur á, at tað er umráðandi at menna tøkni, sum kann minka um umhvørvisdálkingina, samstundis sum at vitanin á økinum skal betrast. Í løtuni kenna vit ikki allar umhvørvisavleiðingarnar frá fiski- og alivinnuni, og tískil er neyðugt, at hetta verður kannað betur. Eitt nú nevndi Suni Petersen frá Umhvørvisstovuni, at tað er ein møguleiki, at laksalús gerst mótstøðufør móti feskvatni, og hetta kann hava vanlukkuligar avleiðingar fyri føroysk síl, sum fara niðan í áirnar at avlúsa seg. Eisini varð nevnt, at tey kemisku evnini, sum verða nýtt til at drepa laksalús, eisini drepa øll onnur
Tiltakið var skipað soleiðis, at fyrst vóru framløgur frá teimum ymsu umboðunum, og síðan var pallborðsfundur, har áhoyrarar høvdu møguleika at spyrja umboðini um ymiskt, ið tey vildu hava greiðu á. Umboðini vóru Sirið Stenberg – landsstýriskvinna í heilsuog innlendismálum, Suni Petersen fyri Umhvørvisstovuna, Atli Gregersen – stjóri á Luna og umboð fyri alivinnuna og Elisabeth Skarðhamar Olsen fyri Føroya Umhvørvis- og náttúruverndarfelag. Umboðið fyri fiskivinnuna var noyddur at geva avboð við stuttum skotbrái, og tískil var ikki møguligt at finna ein annan í staðin. Orðstýrari var Rógvi Nybo.
Landsstýriskvinnan greiddi frá málunum, ið samgongan arbeiðir við í løtuni, og hvat hon ætlar at gera til tess at verja føroyska umhvørvið. Niðurstøðan varð, at vit mugu síggja umhvørvistrupulleikan í eini størri mynd, har Føroyar hava eina ábyrgd mótvegis restini av heiminum at verja umhvørvið, sum øll eiga.
!ølnir 2016 | 37
MFS
Flaggdagshald í Keypmannahavn NAVN Katrin Fríða Jógvansdóttir LESUR Løgfrøði á Københavns Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
Eins og undanfarin ár skipaði MFS Keypmannahavnarnevndin fyri flaggdagshaldi 25. apríl 2016 á Regensen. Í ár helt Mortan Østerø røðu, og hesa ferð sungu limir úr Húsakórinum fyri til føroysku sangirnar ”Sjá tú blánar”, ”Mítt føðiland” og ”Tú alfagra land mítt”. MFS bjóðaði kaffi, te og kaku, og harumframt var møguleiki at keypa sær eina bjór ella tvær. Hendan sólskinsdag veittraði Merkið á garði, og tað sást langan veg eftir Strøgnum. Eftir røðu og sangir skipaði Bartal Poulsen fyri rundsýning inni á Regensen, har hann greiddi frá gomlum søgum um, hvussu studentagarðurin verður rikin, og
harafturat hevði hann nakrar stuttligar søgur at greiða frá úr tíðini, tá hann sjálvur var búsitandi har. Tá tiltakið var liðugt, byrjaði at regna, og fólk leitaðu sær yvir til Føroyahúsið, har millum annað varð skipað fyri konsert, og møguleiki var at keypa sær okkurt etandi og drekkandi. Samanumtikið var flaggdagshaldið væl eydnað, og tað verður óivað aftur næsta ár. So ert tú búsitandi í Keypmannahavn – ella ert har umleiðir um ta tíðina – er at leita tær á Regensen!
Stuðulsmøguleikar og stuðulsupphæddir frá Studna Studningur til livikostnað • kr. 1.838 ella 3.815 um mánaðin
Endalán • í mesta lagi kr. 6.234 um mánaðin í eitt ár
Lán til livikostnað • í mesta lagi kr. 2.419 um mánaðin
Gjaldsskúlastudningur • í mesta lagi kr. 80.000 um árið
Ferðastudningur innanoyggja • ókeypis ferðaseðil við bussi aftur og fram í skúla hvønn dag
Gjaldsskúlalán • í mesta lagi kr. 80.000 um árið
Vistarhaldsstudningur • kr. 2.544 um mánaðin
Ferðastudningur uttanlands • til Danmarkar kr. 2.400 • aðrastaðni í Europa kr. 4.000 • aðrastaðni í heiminum kr. 5.000 • harafturat fæst ferðastudningur fyri børn
Barnastudningur • kr. 966 um mðr. pr. barn
Verkætlanarstudningur • í mesta lagi ferðastudningsupphæddin
Barnsburðarfarloyvisstudningur • kr 3.815 um mánaðin
Stuðul til málslig fyrireikingarskeið • hoyr nærri
Ískoytisstudningur til einsamallar uppihaldarar • kr. 1.532 um mánaðin
www.studni.fo
Bókastudningur • kr. 3.642 um árið
38 | !ølnir 2016
tlf. 20 40 60 Studni !ølnir 2016 fax 20 |4039 61 Hoydalsvegur 1 studni@studni.fo Postrúm 1345 www.studni.fo FO-110 Tórshavn
At lesa u#anlands 42 44 46 48 50 52 54 56 58 60 61 62 63 64 65
40 | !ølnir 2016
Kyn, kolonihavar og aðrar konstruktiónir Lesandi í Berlin, Týsklandi At lesa í Onglandi At lesa í Kina Ongantíð ov skjótt Eitt virkið føroyingafelag Føroyingafelagið á Fyn Føroyingafelagið í Aarhus FÚL – føroyskir útisetar á løgfrøði HUMLA – føroysk hugvísindalesandi LíK – Læknalesandi í Keypmannahavn Røkk – Lesandi á Roskilde Universitet SÁL – føroysk sálarfrøðilesandi Samvinnan VÁS – Verkfrøðilesandi á Slættanum
!ølnir 2016 | 41
AT LESA UTTANLANDS
Kyn, kolonihavar og aðrar konstruktiónir NAVN Kára Bjarnadóttir Jakobsen LESUR Retorikk á Københavns Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
Kyn, kolonihavar og aðrar konstruktiónir Her siti eg so. Á KUA. Í einum hálvstórum undirvísingarhølum á hugvísindadeildini á Amager. 51 danir og eg. Eg kenni ongan, men tey síggja øll eitt sindur út sum um, at tey kenna øll eitt sindur.
ningi. Hann ella hon greiðir okkum síðan íherdigt frá, hvussu vit verða leidd heilt frá kynsdeterminismu til kynskonstruktión. Og hann ella hon leggur eisini stóran dent á, at tað eru okkara hugsanir, sum fara at seta fingramerki á fakið. Jaja…
Tríggjar gentur og ein drongur sita við mína høgru lið og tosa um valfak og onnur spennandi viðurskifti. Tvær gentur sita aftan fyri meg. Tann eina tosar um okkurt, sum sjeikurin hjá henni ikki ordiliga skilir, ímeðan hin nikkar ljóðfult.
Og so verður tað almannakunngjørt: Mons. Mons eitur hann. Ella kunnu kvinnur eisini eita Mons? Eg eri flov av at siga tað, men eg dugi veruliga ikki at síggja, um hetta er ein kvinna ella ein maður – men tað er kanska eisini meiningin: Tí hvat er kyn í veruleikanum, ha? Eg haldi, vit halda okkum til Mons: Mons nevnt og alt hitt gloymt.
»Eg veit ikki, um tað eri eg, sum havi misskilt okkurt, men knappliga verður ei" hav av matpakkum hálað fram. Eg havi ongan matpakka við« Og knappliga kemur hann inn. Ella hon. Ella hann. Ella hon. Lærarin ella lærarinnan. Satt at siga veit eg ikki ordiliga. Hann ella hon bjóðar okkum øllum vælkomnum og greiðir okkum síðan frá, hvussu spennandi Kønsstudier er – ja, vit fara ordiliga at heilavaskast av berum spen-
42 | !ølnir 2016
Av tí at eg bara eri í skúla eina ferð um vikuna, ja, so væntaði eg at fáa eina hardcore og primert monologiska undirvísing. Men niks. Mons hevur aðrar ætlanir. Hesin seinnaparturin fer næstan bara við smáum og eftir bókini praktiskum og sera læruríkum bólkaarbeiði – ella sidemandssnak, um mann vil. Og har sita vit so og práta um tað, sum harðastsnakkandi danin nú einaferð følir fyri. Jú, hetta er ordiliga effektivt.
»Knappliga letur í tí eini: »Kender I det, når man har glemt sin sweater, og man fryser?«. Jú, eg kann ræ"iliga læ"liga seta meg inn í støðuna« Og effektiviteturin hittir heilt høgar hæddir, tá ið pedagogisku matrixbólkarnir skulu roynast. Summi halda, at eingin munur er á kynum. Onkur annar heldur, at jú, ein lítil munur er á kynum. Og uppaftur onnur blaka øll teirra Foucault-kort á borðið, soleiðis at vit onnur gerast púra kjansaleys. So er pausa. Og eg veit ikki, um tað eri eg, sum havi misskilt okkurt, men knappliga verður eitt hav av matpakkum hálað fram. Eg havi ongan matpakka við. Onkur situr og gnaddar ingiferbollar. Onkur annar hevur kastað seg yvir økologiskar gularøtur. Ein situr við eitt sindur av selleriblaði ímillum tenninar, ímeðan ein onnur tosar um, hvussu ómaka-
leyst hennara grønertrahummus er at gera. Og har sita vit so. 51 hyggeligir kolonihavar og eg. Tann, eg siti við síðuna av, heilsar fólkaliga, og vit práta eitt sindur um leyst og fast. Tvær aðrar koma yvir til okkara, og so vóru vit fýra. Knappliga letur í tí eini: ”Kender I det, når man har glemt sin sweater, og man fryser?”. Jú, eg kann rættiliga lættliga seta meg inn í støðuna. Tá gorrið er av, er tíð at samla upp. Tíðin er komin til at opna gløggu og snøggu munnarnar í plenum. Og so hoyra vit somu sjónarmiðini og sera kritisku spurningarnar fyri triðju ferð í dag, har orð verður sett á næstan alt, sum hugsað verður um, í staðin fyri onkuntíð bara at hugsa. Summi peika upp og siga tað, sum Mons ak-
kurát hevur sagt. Summi peika upp og siga nakað, sum er so innlýsandi, at eg als ikki skilji, hví ólukkan tey siga hatta hart. Og onnur peika upp og siga tað, sum skal til fyri at prógva fordómarnar um, at jú, danir eru í stóran mun klókari enn vit føroyingar. Eg súkkli heim. Eg hoyri bilar floyta og børn gráta. Menn gorra og kvinnur práta. Súkklur, bilar, bussar, barnavognar og rulluskoytur fara rullandi avstað. Hjólini mala, sum eg veit ikki hvat. Og áðrenn eg veit av, eri eg heima. Á trúfasta føroyska staðnum: Amagerbro. Har pláss er fyri vanligum ikki-vegetariskum føroyingum og kebab-seljandi útlendingum. Áh nei, kebab-seljandi dønum, meini eg!
!ølnir 2016 | 43
AT LESA UTTANLANDS
Lesandi í Berlin, Týsklandi NAVN Birita Poulsen LESUR BA í klassiskum sangi BÚSTAÐUR Berlin
Av onkrari orsøk eru tað næmingar í fólkaskúlanum í Føroyum, ið velja lærugreinina ”Týskt” í 8. flokki. Søgutímarnir eru so smátt farnir at umtala annan veraldarbardaga, dreingirnir kenna til týsku fótbóltsliðini, men tað man einahelst vera alt, ið tey vita um hetta stóra, men í okkara parti av heiminum, lítið umtalaða landið og málið. Eg sjálv var ein teirra. HVÍ BERLIN? Í student fór hugurin at læra týskt á hægri støði at vaksa, og aftur uttan veruliga at hava nakra góða orsøk, valdi eg týskt á A-stigi. Fyri at innheinta dovinskapin í tímunum fór eg summarið áðrenn 3.g. ein mánaða til Berlin og vitjaði har ein málskúla. Hendan mánaðin hendi mær tað, sum er hent so nógvum skaldum og listafólkum, tá ið tey eru farin til New York, París og London: Eg fann “mín” bý! Trupulleikin við Týsklandi er bara tann, at tú mást og skalt tosa týskt. Franskt vilja flest øll læra, og tí fara fólk nakað gleiðbeintari til París, enn tey fara til Berlin. Eg eri kortini so heppin, at á lærda háskúlanum Hochschule für Musik “Hanns Eisler”, har eg nú eri á øðrum semestri, eru flestu lærugreinirnar praktiskar og ógvuliga lítið skrivligar, og av tí sama skuldi eg ikki taka nakra roynd í máli fyri at prógva, at eg kundi fylgja við í undirvísingini. Av tí at skúlin, og Berlin sum heild, eru ógvuliga international, bjóðar skúlin málskeið heilt upp til tað støðið, ið er kravt av universi-
44 | !ølnir 2016
tetunum í landinum. At vera føroyingur í Berlin er sum at vera ein knappanál í hoyløðuni. Eg fylgist nógv við íslendingum, og teir siga, at fyrr áttu teir altíð mest áhugaverda landið at práta um, men tá ið eg nú sum føroyingur eri til staðar, trumfar Føroyar altíð. Tey eru ótrúliga fá her, ið kenna nakað til Føroyar. Summi kenna tær gjøgnum fótbólt, enn færri frá sólarmyrkingini í fjør og higartil eingin frá grindadrápi. Tey spyrja allar teir vanligu spurningarnar, m.a. hvør størsti munurin millum føroyingar og týskarar er. Tað eru ógvuliga nógvir munir, men eitt, ið er púra vanligt her, er at snýsa sær niður í lummapapír í almennum høpi. Snýsir tú inn meira enn eina ferð, ja, so gera tey malør, men eg havi enntá sæð ein drong frá skúlanum standa á palli og syngja, millum tveir sangir venda sær móti klaverinum og hart og týðiliga snýsa sær væl og virðiliga! Annars er fólkið ógvuliga fryntligt og fólkaligt. Ótrúliga samvitskufull og røkin, og hava ein sans fyri humor, sum eg kanska ikki altíð skilji so væl. Virðingin fyri mentan og list er ótrúliga stór, og um ikki øll eru við til at skapa og evna, so eru tey fús at stuðla peningaliga og møta væl upp til tiltøk og konsertir. Nógv operahús kring heimin eru í smærri og størri peningaligum kreppum, meðan Berlin hevur trý operahús mitt í býnum, sum higartil øll hava dagligt virksemi. Harafturat fáa lesandi so góðan avsláttur
Hvørt semestur eru nógvar verkætlanir á skúlanum, og eina ferð um árið framførir skúlin eina operu, har næmingarnir á skúlanum spæla, syngja og stjørna alla verkætlanina saman við professarunum. Eisini samstarvar skúlin við konsert- og operahúsini í býnum, og tað kann sjálvandi hava sínar fyrimunir fyri næmingarnar.
upp á klassiskar konsertir og operur, at tað er bíligari at vitja eitt sovorðið tiltak enn at fara í biograf! HOCHSHULE FÜR MUSIK “HANNS EISLER” Skúlin var bygdur undir kalda krígnum í Eysturberlin og er tí minna konservatoriið av tveimum í Berlin. Flest øll klassisk ljóðføri eru umboðað, og lutfalsliga eru vit rættiliga nógvir sangarar. Upptøkuroyndirnar eru tvær ferðir um árið og innibera tær vanligu uppgávurnar: framføra við høvuðsljóðførinum, roynd í teori og hoyrilæru og síðan í klaver. Í mun til t.d. Keypmannahavn fært
tú ongan karakter at peila teg eftir, men boðini um tú ert innsloppin ella ikki koma longu eftir eina viku. Bachelor tekur 4 ár (fann eg útav eftir at verða komin inn), master 2 ár og síðan kanst tú taka eitt ár afturat til “solist-útbúgvingina”. Hjá mær sum sangara fái eg undirvísing í sjálvandi sangi, teori og hoyrilæru, management, kór, sjónleiki, rørslu á palli og eisini standard- og barokdansi. Eisini læra vit italskt og nágreiniliga at úttala týskt í sangi og talu. Klaver royni eg at klimpra meg ígjøgnum og fái ein tíma um vikuna við klaverundirspæli til sangin eisini.
Eg veit ikki, um eg havi verið serliga eiðasør í landalæru, ella um Berlin veruliga hevur verið forsømt í talu fólkanna millum, men áðrenn eg kom higar fyrstu ferð, visti eg millum lítið og einki um býin. Býurin er ótrúliga vakur og mest av øllum litríkur! Gras og trø á hvørjum horni, bygningarnir eru væl hildnir, og í eystaru helvt av býnum, har ið eg ferðist mest, er nærum hvør gøta ein lítil perla av býarligum vakurleika. Tilflytingin økist hvørt ár, og listafólk úr øllum heiminum savnast her. Enn er rímiliga bíligt at leiga íbúð (tá ið tú einaferð finnur eina) og universitetini og konservatoriini eru á ógvuliga høgum støði. So um tú ivast í, hvørjum býi, tú skalt fara undir lestur í, tak so “Alles klappt” fram aftur og legg leiðina til Berlin. Hóast alt eru bara 45 minuttir at flúgva aftur til Keypmannahavnar...
!ølnir 2016 | 45
AT LESA UTTANLANDS
At lesa í Onglandi »Tað var ei" sindur av einum sjokki í byrjanini at koma úr lala-paradísi og yvir til Onglands, har reglur eru galdandi, og eingin toleransa er fyri dovinskapi«
NAVN Bjørk Tyril LESUR Náttúruvísindi á University of Nottingham BÚSTAÐUR Nottingham, Ongland
46 | !ølnir 2016
Eg eiti Bjørk, eri 20 ár og lesi á University of Nottingham í Onglandi. Eg eri júst liðug við triðja árið av náttúruvísind, sum svarar til bachelorstig í evnafrøði og í lívfrøði. Eftir summarferiuna fari eg so undir MSci-verkætlan í evnafrøði.
ingar, við trøum, fløtum og enntá einum stórum vatni, sum til ber at rógva á. Universitetið er nokk so væl umtókt fyri vísind, og Nobel-heiðurslønir eru latnar fyri m.a. stórt arbeiði innan fyri MRI-skannarar og fyri uppdaganina av silikoni.
Nottingham er ein býur við góðum 300.000 íbúgvum, harav eini 60.000 eru lesandi, so býurin er rættiliga merktur av ungum fólki. Miðbýurin er lívligur og hugnaligur við nógvum sjarmerandi tehúsum, umframt nokk av handlum, tingum at fara til og øllum øðrum, ið tú kanst vænta í einum býi. Universitetið, ið eg gangi á, er eitt av tveimum universitetum og liggur eitt sindur uttan fyri miðbýin. Høvuðsøkið eitur “University Park”, og navnið lýsir væl staðið, sum hevur líka nógv grøn øki sum bygn-
Tað var eitt sindur av einum sjokki í byrjanini at koma úr lala-paradísi og yvir til Onglands, har reglur eru galdandi, og eingin toleransa er fyri dovinskapi. Tó skal viðmerkjast, at øll eru glað fyri at hjálpa og svara spurningum, so leingi tú tímir at læra. Harafturat telur fyrsta árið ikki við, so tú fært tíð til at taka teg saman (skuldi tað verið neyðugt) og til at venja teg við nýggju skipanina og nýggju royndirnar, ið eru rættiliga nógv øðrvísi enn á miðnámsskúlum í Føroyum.
University of Nottingham leggur stóran dent á, at lesandi eru klár at arbeiða, tá ið tey eru liðug at lesa. Øll eru eggjað at taka eitt skeið, ið eitur Nottingham Advantage Award, ið er 30 kreditt av tingum, tú ikki lærir beinleiðis av vanliga lesnaðinum. Tú kanst t.d. læra um handilsskap, samskifti, taka leiðsluskeið ella skeið innan fyri fremmandamál og men-
tanir. Eisini bjóða fleiri av skúlunum teimum lesandi summararbeið. T.d. fari eg yvir aftur í juli at arbeiða 10 vikur á granskingarlaboratorii fyri ein av lærarunum hjá mær. Eftirsum eg haldi, at tað kann blíva eitt sindur einstáttað bara at kenna fólk frá universitetinum og á mínum aldri, dámar mær væl eisini at gera
ting, ið einki hava við tað at gera. Mesta av tíðini uttan fyri lesnað verður brúkt upp á dansitímar og -tiltøk, og gjøgnum hetta havi eg nú vinir og kenningar frá so gott sum øllum heimspørtum. Øll tey spennandi fólkini, ið eg havi møtt, er nokk tað, ið eg eri glaðast fyri við Nottingham.
!ølnir 2016 | 47
AT LESA UTTANLANDS
»Eg elski, at tað eru so nógvar ymiskar mentanir til staðar, og eri eg bara vorðin ei" betri menniskja av øllum hesum ymisku herligu lesandi, sum búgva her. «
At lesa í Kina NAVN Anna Maria Andreasen LESUR Altjóða samskifti á University Nottingham BÚSTAÐUR Ningbo, Kina
so eg eri sera glað fyri valið. Eisini er partur av útbúgvingini at læra kinesiskt. Hetta var nakað, eg valdi, tí mær dámar væl mál, og at lesa kinesiskt kundi ikki ljóðað meira fremmant fyri meg. Tí var hetta akkurát tað, eg skuldi gera. At byrja við skilti eg hvørki høvd ella hala, og fyrsta hálva árið fór við nógvum suffum og puffum, men við tíðini fall fimmoyrað. Tað fantastiska er, at mann hevur møguleikan at tosa kinesiskt hvønn dag á universitetinum, tá mann t.d skal keypa mat, kaffi, koyra luft á súkkludekkini ella hvat tað nú skal vera, tí tey flestu, sum arbeiða í ymisku handlunum her, duga lítið ella einki enskt, so sjálvsálitið fer svingandi uppeftir, tá eg knappliga sigi okkurt, sum eg ikki helt, eg dugdi so væl. Stuttar samrøður gerandisliga á kinesiskum eru gull verdar. Eg eiti Anna Maria Wraae Andreasen, eri 22 ár og lesi altjóða samskifti á University of Nottingham í Ningbo, Kina. At eg skuldi fara til Kina at lesa, var ein heldur spontan avgerð, sum eg tók einar tríggjar mánaðir, áðrenn eg byrjaði. Eg helt altíð, at eg fór at enda í Danmark, tí tað virkaði sum tann mest hugsandi vegurin at fara fyri meg. Men tá eg varð liðug við HF-útbúgvingina
48 | !ølnir 2016
á studentaskúlanum og hevði havt eitt ár, har eg millum annað arbeiddi í Tanzania í 4 mánaðir, hevði eg alt annað í huganum enn at lesa í Norðurlondum. Eg vildi síggja okkurt annað. Valið gjørdist University of Nottingham í Ningbo. Ein sera spontan avgerð, men ein avgerð, sum man vera millum mínar allarbestu.
Eg lesi altjóða samskifti og kinesiskt, ið er ein tvørfaklig útbúgving, sum fevnir um evni sum nútíðar fjølmiðlar, journalistikk, talgilt samskifti, sálarfrøði og mentan. Eg visti ikki heilt, hvat tað var, eg hevði valt, tá eg av tilvild fór til Ningbo, men útbúgvingin hevur víst seg at vera akkurát eg,
Í Ningbo búgva áleið 8 milliónir fólk, og hóast tað kann ljóða ógvusligt, so kennist býurin ikki so stórur, helst tí eg ikki havi sæð alt enn. Ningbo liggur í Zhejiang landspartinum og er ein havnarbýur. Universitetið liggur eitt sindur uttan fyri miðdepilin, so mann fær ikki stórbýarkensluna ge-
randisliga. Eg vil ikki siga, at Ningbo sum so er skaptur til at vera l e s t r a r b ý u r, men her eru tó ymiskir møguleikar til lesandi í frítíðini. Tað mest vitjaða staðið uttan fyri universitetið vildi eg mett vera Laowaitan, ið er ein gongugøta við matstovum og barrum. Her plaga fólk ikki at dvølja við at fara. Annars er Shanghai bert tveir tímar burtur, um mann vil hava eitt meira vesturlendskt vikuskifti. Á universitetinum eru eisini ymisk ítriv at velja ímillum. Ítrottur er sera væl dámdur, og spælt verður alt frá fótbólti, borðtennis, stríðsítrótti og tað mest umtókta – frisbee. Á universitetinum eru lesandi úr øllum heiminum, men nógv tey flestu eru kinesarar. Eg elski, at tað eru so nógvar ymiskar mentanir til staðar, og eri eg bara vorðin eitt betri menniskja av øllum hesum ymisku herligu lesandi, sum búgva her. Eg havi nú lisið í Ningbo í tvey ár og havi sostatt eitt ár eftir, áðrenn eg eri liðug at lesa. Eg haldi sjálv, at eg trívist betri og betri fyri hvønn dag, eg eri her, og hóast eg ikki ætli at búseta meg í Kina, so fara Kina og kinesiska mentanin altíð at vera nakað serligt fyri meg. Eg kann bara klappa meg sjálva á ryggin og siga: “Góð avgerð, Anna Maria!”
!ølnir 2016 | 49
AT LESA UTTANLANDS
Ongantíð ov skjó#!
LESUR Løgfrøði á Københavns Universitet BÚSTAÐUR Keypmannahavn
50 | !ølnir 2016
Sum løgfrøðilesandi verða syndarliga nógvir tímar nýttir til at lesa tungar, ástøðiligar bøkur. Av hesi orsøk kann lívið sum lesandi til tíðir tykjast øgiliga fjart frá tí gerandisdegi, sum bíðar einum eftir loknan lestur. At hava viðkomandi lestrarstarv er tá sera kærkomið, tí at tað skapar eitt sambindingarlið millum ástøði og praksis. Eitt nú eru tað sum løgfrøðingur nógvir sosialir eginleikar, tú ikki kanst ogna tær universitetinum, ið seinni hava avgerandi týdning óansæð um tú gerst advokatur, ákæri ella diplomatur.
NÓGVAR YRKISLEIÐIR Løgfrøði gevur atgongd til nógvar ymiskar yrkisleiðir og tískil kann tað vera trupult at gera av, hvørja leið ein sjálvur skal velja. Við at royna fleiri ymisk lestrarstørv gerst ein tó betur førur fyri at taka hesa avgerð. Umframt at fakliga innihaldið hevur verið ymiskt á teimum arbeiðsplássunum, eg havi starvast á higartil, hevur stórur munur eisini verið á arbeiðsumhvørvinum og prátingarlagnum. Við hesum innliti kenni eg meg í dag uttan iva betri føran fyri at avgera, hvør leið hóskar mær best.
STUDENTARHJÁLP Eg fekk mítt fyrsta viðkomandi lestrarstarv stutt eftir at hava fullgjørt aðru lestrarhálvu. Starvið var hjá einum advokatfelagi, sum fekst við inkasso, har eg fleiri ferðir um mánaðin skuldi møta í fútarættinum. Hetta gav mær virðismiklar praktiskar royndir innan løgfrøðina og hjálpti mær óivað eisini at fáa mítt núverandi lestrarstarv. Seinasta hálvárið havi eg starvast sum studentarhjálp í “Erstatningsnævnet” undir danska løgmálaráðnum. Nevnið hevur til endamáls at viðgera umsóknir um endurgjald frá borgarum, ið hava fingið likamligan ella sálarligan mein í samband við tilburðir, sum hoyra undir revsilógina. Eg havi millum annað til uppgávu at viðgera umbønir um skjalainnlit, skriva uppkast til avgerðir og útvega upplýsingar frá løgregluni. Mín leiklutur er sostatt at hjálpa til, at málsviðgerin, sum verður framd av løgfrøðingum, ikki verður tarnað og harvið óneyðugt seinkað.
EITT FRIÐSKJÓL Eftir summarfrítíðina fari eg tó av álvara at sleppa bókunum eitt bil, tá kósin verður sett móti India, har eg í eitt hálvt ár skal vera praktikantur í politisku deildini á donsku sendistovuni í New Delhi. Og eftirsum at møguleiki er fyri at fáa ECTS-stig fyri uppihaldið seinkast lestrartíðin hjá mær ikki, hóast eg eingi fak taki hesa lestrarhálvuna. Umframt at styrkja CV’ið kunnu lestrarstørv og praktikkuppihald sostatt geva tær eitt friðskjól frá teimum bókum, tú sum lesandi ósvitaliga fer at kenna andstygd mótvegis í ávísum tíðarskeiðum.
Fá 30.000 skattafrítt
Tá ið tú sum lesandi uttanlands kemur til Føroya at arbeiða í frítíðini, kanst tú fáa 30.000 tær fyrstu krónurnar skattafrítt. Hetta er ein møguleiki, sum Føroya løgting vil geva tær fyri at javnseta teg við tey, sum lesa í Føroyum. Lýsing Fyri at fáa møguleikan, skalt tú søkja um hann. Tað gert tú á heimasíðuni hjá TAKS á www.taks.fo/30000. Har kanst tú eisini lesa meira um møguleikan.
Gev gætur: Lógarliga eitur hetta at søkja um at varðveita skattskylduna í Føroyum. Hetta er ein heldur óneyv orðing, tí tú rindar framvegis tín vanliga skatt í landinum, sum tú lesur í. Talan er um eina eyka hjálp, sum Føroyar vilja geva tær sum lesandi, meðan tú ert heima og arbeiðir.
ANNIJANNI
NAVN Christian Thostrup
ONGANTÍÐ OV SKJÓTT! Eitt lestrarstarv kann sostatt bæði menna tínar fakligu eginleikar og betra um møguleikarnar at fáa dreymastarvið eftir loknan lestur. Eg vil tí mæla øllum lesandi til at søkja lestrarstarv – jú fyrr, jú betri!
www.taks.fo !ølnir 2016 | 51
AT LESA UTTANLANDS
Ei# virkið føroyingafelag NAVN Magnus Pauli West LESUR Altjóða fyritøkusamkifti
Vit í nevndini hava sett okkum sum mál at virka sum ein stoytkoddi í skiftinum millum stilla gerandisdagin í Føroyum og fjáltrandi og rokaligu tilveruna í einum donskum stórbýi. Tað, sum liggur í hesi ætlan, er m.a. at hava móttøkubrunsj í august og januar og vera umboð fyri Aalborg á tiltakinum Pisudagar, ið Altjóða Skrivstovan, MFS og Eik skipa fyri.
BÚSTAÐUR Aalborg
Føroyingafelagið í Aalborg, eisini nevnt Álaborg, hevur nógv ár á baki, og sigast má, at mangt er hent síðan stovnanina. Endamálið við Føroyingafelagnum var at skipa fyri tiltøkum við serføroyskum áhugamálum, ið skuldu skapa trivnað og samanhald millum føroyskar útisetar í Aalborg og Norðurjútlandi. Havast skal í huga, at hetta var í eini tíð, har hvørki Skype var til, og eiheldur fluttu Atlantic Airways og Smyril Line føroyingar ómakaleyst millum heimlandið og Danmørkina. Nógv er broytt síðan tá. Í dag hava Skype, Facebook og aðrir samskiftismiðlar gjørt frástøðuna millum familjuna heima í Føroyum og lestrar- ella arbeiðslívið í Aalborg so lítla, at tað ikki kennist sum, at mann er fleiri hundrað kilometrar vekk frá hvørjum øðrum. Orsakað av hesum setir 52 | !ølnir 2016
»Aalborg marknaðarførir seg sum ein lestrarbý við alskyns hentleikum, ið teimum ungu tørva, og he"a hevur borið frukt«
tað øðrvísi krøv til eitt føroyingafelag sum Álaborg og tess virkni. Tó eru tær siðbundnu veitslurnar enn til, og vit arbeiða framvegis fyri at skapa trivnað og samanhald, men ikki soleiðis, sum fyrr varð gjørt, og miðvíst er áhugin fyri teimum eldru tiltøkunum dottin niðurfyri. Aalborg marknaðarførir seg sum ein lestrarbý við alskyns hentleikum, ið teimum ungu tørva, og hetta hevur borið frukt. Í dag er býurin stúgvandi fullur av lesandi úr øllum heraðshornum í heiminum – eisini nógvir føroyingar. Føroyingafelagið hevur eingi tøl yvir føroyskar útisetar og fastbúgvar í Aalborg og um leiðir, men ein leys meting er, at tað eru væl yvir 300 føroyingar, og av hesum eru áleið 130 limir í Føroyingafelagnum.
Vit í nevndini eru av teirri áskoðan, at tað ikki er nokk at vera sjónlig tær seinastu vikurnar upp undir flytanina til Danmørk og tær fyrstu vikurnar eftir flytanina. Vit mugu bjóða útisetunum nakað, teir ikki fáa á universitetinum ella á gøtuni (st. Jomfru Ane gade). Vit hava tí miðvíst arbeitt við at skapa serføroysk tiltøk, ið savna útisetar, og sum kanska kunnu lokka útisetarnar heim aftur eftir loknan lestur. Afturat teimum vandu pub quiz’unum og matveitslunum hava vit valt at skipa fyri eitt nú føroyskari tónleikakonsert og politiskum pallborðsfundi. Men alt er ikki fest og ballada í Føroyingafelagnum. Vit hava ein rímiligan stóran skara av barnafamiljum og vaksnum í felagnum, og vit mugu eisini skipa fyri tiltøkum fyri teimum. Mánaðarliga barnatiltakið “Kom & spæl”, ið gevur børnum og teirra foreldrum høvi at koma saman
í eina fimleikahøll at spæla ymisk spøl, er sera væl umtøkt og nakað, vit í nevndini virða høgt. Tað andaliga verður eisini røkt í felagnum. Til ymisku høgtíðirnar skipar felagið fyri gudstænastum við føroyskum presti, degni og organisti. Harafturat hava vit verið so heppin, at okkurt foreldur hevur sungið kór og harvið kunnað gjørt løtuna í kirkjuni enn hugnaligari. Gudstænastur eru nakað, ið felagið hevði ynskt hendi oftari, men orsakað av stóru arbeiðsbyrðuni hjá føroysku prestunum, bæði teimum, ið eru settir av føroysku kirkjuni og teir, ið av sínum eintingum bjóða seg fram, er tað ikki møguligt at fáa í lag fleiri gudstænastur í løtuni. Í fjør varð avgjørt, at felagið skuldi verða meira sjónligt millum útisetarnar í Aalborg og Norðurjútlandi. Í strembanini eftir hesum hava vit ment okkara Facebook-síðu soleiðis, at vit betur fáa kunnað um komandi tiltøk og avgerðir í nevndini. Vit hava endurstovnað felagsblaðið, Túnatos, ið nú verður útgivið talgilt. Vit hava stovnað okkum ein Snapchat-brúkara, ið vit nýta til at deila myndir frá ymsu tiltøkunum, og vit eru í holt við at leggja okkara nýggju heimasíðu út til almenningin. Ætlanin er, at heimasíðin skal vera miðdepilin í okkara samskiftisstrategi.
Eitt virkið føroyingafelag setir stór krøv til nevndina, tí ikki einans eru vanligu arbeiðsuppgávurnar fjøltáttaðar, men eisini skulú tiltøk fyriskipast, bæði afturvendandi og nýggj. Í hesum liggur eitt stórt arbeiði, tá hugsað verður um, at nevndararbeiðið er sjálvboðið og kemur tí afturat gerandisdegnum hjá nevndarlimunum. Nú fái eg kanska nevndararbeiðið til at ljóða sum nakað keðiligt og strævið, men so er ikki. Nevndararbeiðið er sera spennandi, læruríkt og skeg, og her kunnu vit sum felag bjóða øllum áhugaðum møguleikan at fáast við sjálvboðið arbeiði. Tí ikki einans er sjálvboðið arbeiði spennandi, læruríkt og stuttligt, men eisini gevur sjálvboðið arbeiði arbeiðsroyndir, ið kunnu prýða um CV. Í eini tíð har kappingin á arbeiðsmarknaðinum er beinhørð, og har tað ikki longur er nokk at kunnu vísa á eitt prógv frá einum lærdum háskúla, er sjálvboðið arbeiði ein frálík arbeiðsroynd at kunna vísa á. Í dag mást tú hava okkurt sermerkt at bjóða, okkurt, ið fangar tín komandi arbeiðsgevara, og sum skilir teg frá hinum kappingarneytunum á arbeiðsmarknaðinum.
!ølnir 2016 | 53
AT LESA UTTANLANDS
Føroyingafelagið á Fyn NAVN Hanna Müller LESUR Cand.oecon á Syddansk Universitet BÚSTAÐUR Odense
Tað var 27. november í 1971, at føroyskir útisetar í Odense stovnaðu Føroyingafelagið á Fyn. Hóast trong kor síðan stovnanina hevur felagið allatíð verið virkið. Felagið leigaði seg inn ymsastaðni í býnum, meðan arbeitt varð fram ímóti at finna eitt fast tilhald. Síðan Norðuratlantshúsið lat upp í stásiligum hølum á Odense Havn í november 2013, hevur Føroyingafelagið hildið til har saman við feløgunum úr Grønlandi og Íslandi. Felagið hevur til endamáls at vera savningarstað fyri føroyingar á Fyn, og samstundis er tað ein miðdepil, ið skal umboða og lýsa føroyska mentan. Føroyingafelagið á Fyn hevur fleiri ymisk tiltøk til allar aldursbólkar. Umframt at skipa fyri árligu várveitsluni, har ræstur fiskur plagar at vera á matskránni, skipar Føroyingafelagið á Fyn til dømis eisini fyri tunnusláttri fyri børn og vaksin, at børnini 54 | !ølnir 2016
kunnu rulla páskaregg, flaggdagshaldi, jólagudstænastu og seinnu árini hevur annað jólakvøld verið skipað fyri einum “sammenskudsgilde” fyri teir útisetar, ið halda jól niðri. Sum nakað nýtt skipar felagið eisini fyri sonevndum pub quizkvøldum, ið eru sera væl umtøkt. Møguleiki er eisini fyri at ganga til kórsang. Norðuratlantskórið er samansett av limum úr báðum grønlendsku feløgunum, íslendska felagnum og Føroyingafelagnum á Fyn. Kórið venur í Norðuratlantshúsinum hvørt mikukvøld kl. 19, har øll eru vælkomin við. Í januar 2014 varð dansifelagið Miðgarðsormurin endurstovnað, og føroyskur dansur hevur verið dansaður hvønn vetur síðan. Miðgarðsormurin verður viðhvørt boðin til ymisk mentunartiltøk á Fyn, har tey dansa og greiða frá føroyska dansinum.
»Í $ør fekk felagið nýggjan bát, sum varð flotaður og doyptur á flaggdegnum« Kappróður er eisini á Fyn. Róðrarfelagið Sleipnir varð, á aðalfundinum 2016, endaliga yvirtikið av Føroyingafelagnum á Fyn. Í fjør fekk felagið nýggjan bát, sum varð flotaður og doyptur á flaggdegnum. Sleipnir, sum báturin eitur, plagar at vera við, tá føroysku róðrarfeløgini í Danmark skipa fyri regatta kring landið. Ein manning hevur biðið um bátin í ár, enn er tó møguleiki at finna manning og síðan seta seg í samband við nevndina fyri at biðja um bátin. 27. august 2016 verður tann vanliga væl vitjaða regatta-veitslan í
Odense. Tá gleða vit okkum at taka ímóti róðrarfólki og áskoðarum, ið hava sín gerandisdag aðrastaðni í Danmark. Vikuskiftið 27. – 29. mai var Havnekulturfestivalur í Odense. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, ið Odense Kommuna skipar fyri, og eru nógv ymisk mentunar- og tónleikatiltøk á skránni. Norðuratlantshúsið, ið liggur mitt í meldrinum, var opið, og feløgini skipaðu fyri spennandi tiltøkum, ið høvdu norðurlendskan dám. Norðuratlantskórið sang eisini norðurlendskar sangir. Føroyingafelagið á Fyn hevði ein
bás við ymiskum føroyskum lutum, har vit fortaldu um Føroyar, vóru í føroyskum klæðum, bundu, fortaldu sagnir fyri børnunum, og møguleiki var eisini at læra at splejsa tog. Vitja Føroyingafelagið á Fyn á www. fyn.fo og dáma okkum á Facebook: https://www.facebook.com/fyn.fo. Um tú hevur spurningar, kanst tú seta teg í samband við nevndina á teldupost felagid@fyn.fo.
!ølnir 2016 | 55
AT LESA UTTANLANDS
Føroyingafelagið í Aarhus NAVN Durita Mohr ÚTBÚGVING Cand.scient í Molekylærbiologi BÚSTAÐUR Kolding
Føroyingafelagið í Aarhus hevur 52 ár á baki og varð sett á stovn fyri, at fólk kundu savnast um føroysk áhugamál í Aarhus. Síðan tað varð sett á stovn, hevur tað verið virkið og hevur uttan iva eisini havt eina ávirkan á at fáa føroyingar í Aarhus aftur til Føroyar eftir loknan lestur. Felagið telur í dag 165 limir. Føroyingafelagið í Aarhus hevur altíð roynt at laga seg eftir limum felagsins, og er hetta nakað, ið enn setir dám á felagið, tí limaskarin fevnir um limir í øllum aldursbólkum. Yngsti limurin er enn ikki blivin eitt ár, og elstu limirnir eru tilkomnir føroyingar, ið hava búleikast niðri í mong ár, og summi teirra hava bæði børn og abba- og ommubørn her á leið. Í felagnum eru arbeiðsbólkar, ið fyrireika og standa fyri tiltøkum. Tiltøkini royna at
56 | !ølnir 2016
fevna so breitt sum gjørligt, tó uttan at missa innihald og áhugan hjá limunum, og tí roynir felagið at hava so fjølbroytt tiltøk sum gjørligt, bæði mentanarlig, politisk og sosial. Felagið hevur nógv tiltøk, ið eru rættað móti børnum og familjum. Annaðhvønn leygardag er føroyskur barnaskúli, har tveir lærarar undirvísa børnum í skúlaaldri í føroyska málinum og mentanini. Annaðhvønn sunnudag er sunnudagsskúli á skránni, ið er fyri allar barnafamiljur. Hetta plagar at vera ein hugnalig løta við sangum, ítrivi og drekkamunni. Onnur árlig tiltøk, ið nevnast kunnu, eru fastalávintshald, jólagudstænasta, jólahald, rulla páskaregg og stóri familjudagurin. Í bý-
»Felagið er ein stór hjálp fyri nógv føroysk lesandi, ið o%a kunnu fáa ei" lítið sjokk av tí donsku mentanini, teirra punktligheit og nógva tosi« num eru eisini nógvir mammubólkar og bindiklubbar, og ætlar felagið framyvir eisini at gera tiltøk fyri hesum bólkunum í Áarstovu. Familjur í Aarhus hava sostatt góðan møguleika at styrkja og røkja tað føroyska samanhaldið við føroyingum í býnum og samstundis halda fast í og læra tað, sum børnini heima á klettunum eisini gera og læra. Áarljóð er navnið á føroyska kórinum í Aarhus, sum hevur umleið 29 ár á baki, og venur eina ferð um vikuna. Kórið plagar eisini at syngja til tey ymisku afturvendandi tiltøkini hjá felagnum, so sum grækarismessuhald, flaggdagshald, ræstkjøtaveitslu og til onnur høvi. Sum nakað nýtt er føroyskur dansur vorðin fastur táttur hjá felagnum, har lagið plagar at vera av tí besta slag, og øll eru vælkomin. Ungdómurin og lestrarfólkini fylla sjálvandi eisini nógv hjá felagnum, tí Aarhus er jú lestrarbýur burturav. Tiltøkini til hendan málbólkin eru
sera fjølbroytt og fevna um alt frá fyrilestrum v i ð s e r f ø r o y skum íblástri og áhugamálum, tónleikaframførslum við gomlum og nýggjum føroyskum bólkum, filmskvøldum við dugnaligum føroyskum leikstjórum til enskan fótbólt á stórskíggja, bingo, pisuveitslu, pub quiz og ta árligu ræstkjøtaveitsluna. Í nógv ár hevur innandura fótbóltur verið væl umtóktur, og í 2013 varð fótbóltsfelagið FF Klettar sett á stovn, ið fevnir um uttandura mansfótbólt.
gafelagið húsast í ymiskum hølum mitt í býnum, men hava í tvey og eitt hálvt ár verið heimleys. Sostatt eru vit í felagnum sera fegin um, at vit í februar kundu skriva undir nýggjan leigusáttmála til stór og deilig høli á Hermodsvej 3A, sum liggja í Åbyhøj, ið er eitt sindur uttan fyri miðbýin. Í hølunum er pláss fyri umleið 100 fólkum. Hesa fyrstu tíðina hava nógvar góðar sjálvbodnar hendur hjálpt til at fáa hølini klár til felagsins áhugamál – hetta veri seg innrætting av kaffistovu, at mála, innlegging av el, smíða og onnur praktisk ting. Her kom føroyski felagsandin til sín rætt, og úrslitið av tí góða samarbeiðnum vísir seg við, at hølini eru í tipp-topp til nógva virksemið hjá felagnum.
Felagið er ein stór hjálp fyri nógv føroysk lesandi, ið ofta kunnu fáa eitt lítið sjokk av tí donsku mentanini, teirra punktligheit og nógva tosi. Føroyingafelagið er eitt gott høvi at deila bæði positivar og negativar upplivingar í tí nýggja lestrarumhvørvinum – har finnur mann skjótt útav, at onnur hava júst somu upplivingar sum ein sjálvur. Eitt positivt við at fara at lesa í Aarhus er, at fólk eru ofta íðin at læra hvønn annan at kenna. Hetta kemst av, at tey flestu vinfólkini hjá einum úr Føroyum fara til Keypmannahavnar, og tí plaga fólk at vera opin fyri at fáa nýggj vinfólk í býnum. Tey seinastu árini hevur Føroyin-
Um tú ynskir at vita meira um felagið, kanst tú vitja heimasíðuna www.aarstova.dk, Facebook-síðuna “Føroyingafelagið í Aarhus” og opna Facebook-bólkin “Føroyingafelagið í Aarhus – Áarstova.” Um tú hevur nakrar spurningar um Aarhus sum lestrarbý ella um Føroyingafelagið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við nevndina á aarstova@ aarstova.dk.
!ølnir 2016 | 57
AT LESA UTTANLANDS
FÚL – føroyskir útisetar á løgfrøði NAVN Katrin Fríða Jógvansdóttir LESUR Løgfrøði á Københavns Universitet
Tá tú flytir
BÚSTAÐUR Keypmannahavn
heimanífrá Myndin varð tikin, tá vit vitjaðu Kate Sanderson á føroysku sendistovuni í Brússel í apríl mánaða
FÚL er lestrarfelagið fyri føroysk løgfrøðilesandi. Endamálið við felagnum er at røkja tey fakligu og sosialu sambondini millum føroysk løgfrøðilesandi. Vit hittast umleið eina ferð um mánaðin til fimmara á barr ella kafé til prát og hugna. Eisini hittast vit til summarhugna, jólaborðhald og pubcrawl. Umframt at hugna okkum vitja vit eisini løgfrøðingar á virkjum fyri at fáa innlit í arbeiðsmarknaðin og samstundis íblástur til okkara yrkisleið eftir lesnað. Vanliga vitja vit løgfrøðingar á einum arbeiðsplássi í Danmark og í Føroyum hvørja lestrarhálvu, men í ár vóru vit ein túr í Brússel og vitjaðu í ES-parlamentinum og á føroysku sendis-
tovuni. Felagið hevur eisini eina mentor-skipan, har møguleiki er hjá teimum, ið júst eru byrjað at lesa, at spyrja um hjálp, bæði við praktiskum og fakligum spurningum. Felagið hevur eitt gott samanhald, og tað er altíð møguleiki at spyrja um góð ráð til vallærugreinar, uppgávuskriving, skiftislesnað, starvsvenjing og tílíkt. Felagið er í løtuni einans virkið í Keypmannahavn, men løgfrøðilesandi úr øðrum býum eru eisini vælkomin við, bæði til tiltøkini og virkisvitjanirnar. Hevur tú hug at vera við, kanst tú finna okkum á www. facebook.com/fuljura
Týdningarmikið er at tú kannar tíni tryggingarviðurskifti, tá tú flytir heimanífrá. Ein Innbúgvstrygging er galdandi fyri alt innbúgvið, eitt nú møblar, klæðir, sjónvarp, teldu osfr. Tryggingin fevnir eisini um ein ábyrgdardekning, ið kann taka við, um tú t.d. ger skaða á lutir hjá øðrum.
Ein Ungdómsvanlukkutrygging fevnir um skaðar, sum tú fær av vanlukku. Tryggingin er galdandi alt samdøgrið, og er ætlað ungum í aldrinum 18 til 28 ár. Hendan trygging fevnir um flestu vanlukkur og skaðar, ið tú kanst koma út fyri.
Um tú ferðast javnan, so loysir tað seg at tekna eina Ársferðaog Ársavlýsingartrygging sum ískoyti til innbúgvstryggingina. Hesar tryggingar kunnu vera ein góð hjálp, noyðist tú av ávísum orsøkum at avlýsa ferðina áðrenn fráferð, ella um tú fær trupulleikar á ferðini.
Fá meira at vita Ring til okkum á tel 345600, ella kom inn til eitt óbindandi prát, soleiðis at vit saman kunnu laga tryggingarnar eftir júst tínum tørvi. Eisini ber til at kjatta við starvsfólk okkara á trygging.fo.
trygging.fo 58 | !ølnir 2016
!ølnir 2016 | 59
AT LESA UTTANLANDS
HUMLA – føroysk hugvísindalesandi NAVN Barbara Joensen Eysturoy
NAVN Turið Nolsøe LESUR Retorikk á Københavns Universitet
LESUR Medisin á Københavns Universitet
BÚSTAÐUR Keypmannahavn
BÚSTAÐUR Keypmannahavn
HUMLA er lestrarfelagið fyri føroysk hugvísindalesandi á Københavns Universitet. Felagið varð stovnað í marts 2014 við tí ynski at savna føroysk lesandi við denti á felags fyrimununum og avbjóðingunum, tað at lesa hugvísind gevur, og styrkja okkara samband við Føroyar. Lestrarárið 2015/2016 hevur verið eitt hendingarríkt ár við ymsum tiltøkum, har limir felagsins eru komnir saman til góð og hugnalig prát, stuttligar spurnarkappingar og kunnandi tiltøk. Eitt nú varð í august ‘15 skipað fyri tiltakinum ”Fá Føroyar í tín lesnað”, har limir felagsins løgdu fram um uppgávur, ið vóru skrivaðar um Føroyar ella føroysk viðurskifti. Vit høvdu okkara fyrstu fríggjadagsbarr í novembur ‘15, har humlur
60 | !ølnir 2016
LíK – Læknalesandi í Keypmannahavn
savnaðust til eina hugnaliga løtu inni í hjartanum av Keypmannahavn. Vit høvdu okkara árliga jólaveitslu í januar ‘16 , sum varð hildin á Grønjordskollegiunum eins og undanfarna árið. Harafturat skipaði Humla tann 1. apríl 2016 fyri einum kunnandi og festligum tiltaki í Føroyahúsinum, har byrjað varð við einum áhugaverdum fyrilestri í samstarvi við granskingardeplinum Humanomics, har fyrilestrarhaldarin David Budtz Pedersen tosaði um, hvussu hugvísindarligar greinir spæla ein týðandi leiklut í menningini av samfelagnum. Aftaná var fríggjadagsbarr og pub quiz á skránni, har vit serstakt høvdu skipað fyri einari kapping, har klókasta lestrarfelagið skuldi finnast. Eisini spældi Jens Marni løg gjøgnum kvøldið.
Felagið fyri læknalesandi í Keypmannahavn ber heitið LíK. Felagið varð sett á stovn í 2005 og virkar fyri at menna samanhaldið millum føroysk læknalesandi í Keypmannahavn. Saman við læknalestrarfeløgunum í øðrum lestrarbýum virka vit fyri at røkja og styrkja um samstarvið millum føroysk læknalesandi og føroyska sjúkrahúsverkið. Í løtuni eru umleið 60 læknalesandi í Keypmannahavn, ið eru nøkulunda javnt deild yvir tey 12 semestrini, ið útbúgvingin tekur. Felagið skipar gjøgnum árið fyri ymiskum tiltøkum, ið skulu eggja til samansjóðing. Hvørt hálvár, beint eftir, at eitt nýtt semestur byrjar, fara vit ein túr á kafé saman. Hetta er eitt gott høvi hjá læknalesandi, ið júst eru byrjað, at koma í samband við føroysk læknalesandi á øðrum semestrum. Vit hava eisini eitt vár- og eitt heysttiltak. Her plaga vit at møtast til veitslu og ein betri bita heima hjá einum av okkum lesandi. Okkurt árið hava vit verið til eitt stuttligt tiltak áðrenn veitsluna, eitt nú Blocart á
Amagerstrand og ein túr út á Bakkan. Um jóltíðir hava vit jólaborðhald, ið plagar at hava góða undirtøku. Hvørt summar verður skipað fyri einum fundi við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og øllum føroyskum læknalesandi. Eftir fundin møtast vit til eitt samansjóðingartiltak, har møguleiki er fyri at koma at kenna onnur læknalesandi úr øðrum lestrarbýum enn tí, ið mann sjálvur lesur í. Í løtuni arbeiða vit fyri at betra um møguleikarnar fyri, at læknalesandi í teirra lestrartíð og við lokið prógv kunnu koma í starvsvenjing í Føroyum. Eisini royna vit at økja um møguleikarnar fyri, at læknalesandi kunnu vera við í føroyskum granskingarverkætlanum. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú kundi hugsað tær undir lesnað í læknavísind í Keypmannahavn ella hevur spurningar viðvíkjandi hesum; nevndin.lik@gmail.com
!ølnir 2016 | 61
AT LESA UTTANLANDS
RØKK – Lesandi á Roskilde Universitet
SÁL – føroysk sálarfrøðilesandi
NAVN Lív Egilsdóttir Olsen
NAVN Helena Bjellvåg
LESUR Fyrisiting á Roskilde Universitet
LESUR Sálarfrøði á Københavns Universitet
BÚSTAÐUR Keypmannahavn
BÚSTAÐUR Keypmannahavn
Røkk er lestrarfelagið fyri føroysk lesandi á Roskilde Universiteti, ið hevur meira enn 30 ymiskar útbúgvingarmøguleikar. Frá byrjan hevur eitt av endamálunum hjá Røkk verið at byggja brýr millum tey lesandi og tað føroyska samfelagið. Síðan felagið varð stovnað, hevur felagið arbeitt miðvíst fram ímóti at skapa tey amboð, ið skulu til fyri at byggja hesar brýr. Eitt annað høvuðsendamál hjá Røkk var, og er enn, at skapa ein felagsskap fyri tey føroysku lesandi á Roskilde Universiteti, har vit kunnu røkja tey fakligu og sosialu sambondini. Á hvørjum ári verður skipað fyri grýluveitslu, grillveitslu, árligum aðalfundi, har nevndin skipar seg av nýggjum, og jólafrokosti. Eisini vilja vit fegin hjálpa teimum nýggju lesandi, ið skulu byrja at lesa á Roskilde Universiteti. Hetta gera vit millum annað við at møta teimum á tokstøðini og hjálpa teimum á rætta leið. Í dag eru umleið 90 limir knýttir at Røkk, og
62 | !ølnir 2016
um tú fert ellar ætlar tær at lesa á Roskilde Universiteti, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum! HITT OKKUM Á FACEBOOK Ein annar háttur at røkka út til almenningin og føroysk lesandi á Roskilde Universiteti er umvegis Facebook, har øll, sum á ein ella annan hátt hava áhuga fyri Røkk, kunnu fylgja við, hvat felagið tekst við. Í mars varð nevndin endurstovnað, og fleiri nýggj andlit vóru at síggja í nevndini. Nevndin er mannað soleiðis: Lív Egilsdóttir Olsen (forkvinna), Poula Lassen (næstforkvinna), Sissal Carlsdóttir á Lag (skrivari), Sissal Christina Fosaa (kassameistari), Helena Hentze Johannesen (nevndarlimur), Katrin Johannessen (nevndarlimur), Elisabeth Steinberg (nevndarlimur) og Lena Bærentsen (nevndarlimur).
SÁL umboðar øll føroysk sálarfrøðilesandi kring heimin. Í løtuni eru 40 lesandi, og av hesum lesur helmingurin í Keypmannahavn og restin aðrastaðni í Danmark ella í øðrum londum. Høvuðsendamálið hjá SÁL er at stimbra samskiftið millum føroysk sálarfrøðilesandi og sambandið við føroyska arbeiðsmarknaðin. Nevndin í SÁL skipar fyri einum árligum summartiltaki í Føroyum, har sálarfrøðingar greiða frá virksemi sínum. Harafturat verður skipað fyri einum fakligum og sosialum tiltaki hvørt semestur í Keypmannahavn. Í ár verður summartiltakið hildið 26. juli kl. 17 í hølunum hjá Sernám í Tórshavn. Vit gleða okkum at síggja nógv sálarfrøðilesandi og sálarfrøðingar. Sum nakað nýtt hevur forkvinnan í SÁL, Paulina Petersen, umboðað SÁL á tveimum fundum við øðrum norðurlendskum
sálarfrøðiligum felagsskapum. 13. og 14. mai varð hesin fundurin hildin í Føroyum, og tað var sera spennandi at vera vertsland og at fáa íblástur frá hinum norðurlendsku lestrarfeløgunum. Áhugað kunnu fáa meira at vita um SÁL á Facebook: www.facebook.com/salarfrodilesandi ella á heimasíðu okkara: www.psykolog.fo/sal. Sálarfrøðilesandi, sum enn ikki eru við í okkara facebook-bólki, kunnu søkja um at gerast limir her: www.facebook.com/groups/ salarfrodilesandi. Á myndini sæst nevndin í SÁL. Frá vinstru: Helena Bjellvåg (næstforkvinna), Frida Poulsen (skrivari), Paulina Petersen (forkvinna), Beinta Atladóttir (kassameistari) og Jóhanna Davidsen (PR-fólk).
!ølnir 2016 | 63
AT LESA UTTANLANDS
Samvinnan
VÁS – Verkfrøðilesandi á Slæ#anum NAVN Torstein Jóhannes Fríðfinnson
NAVN Eirikur Sanderson LESUR M.Sc. in Economic Business Administration
LESUR Verkfrøði á Danmarks Tekniske Universitet
BÚSTAÐUR Keypmannahavn
BÚSTAÐUR Keypmannahavn
HVØRJI ERU VIT? Samvinnan er eitt áhugafelag, ið er myndað av og fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School, vanliga rópt CBS. Samvinnan hevur virkað síðan heystið 2007. Í løtuni eru umleið 130 skrásettir limir á heimasíðuni. Saman virka vit fyri at savna og samansjóða føroysk lesandi á CBS, soleiðis at vit sum ein eind kunnu skapa tættari tilknýti til føroyska vinnulívið og onnur áhugafeløg og samstundis geva okkum lesandi eitt andlit úteftir. KOM VIÐ! Ígjøgnum lestrarárið miðar Samvinnan eftir at ríka um lestrarumhvørvið, bæði sosialt og fakliga. Í mun til tað fakliga skipa vit fyri fleiri tiltøkum, t.d. kjakfundum og virkisvitjanum, ið seta áhugamálini hjá teimum føroysku lesandi á CBS í fokus og ofta bera brá av føroyskum viðurskiftum. Fyri at ríka um sosiala umhvørvið skipa vit eisini fyri øðrum tiltøkum, m.a. grilldegi og ársveitslu, sum miða eftir at menna
64 | !ølnir 2016
framtíðar fakliga netverkið hjá teimum lesandi og samstundis at styrkja eina kenslu av felagsskapi í lestrarlívinum. Samvinnan hevur sera gott samanhald tvørtur um linjur og árgangir, so tað er altíð onkur at spyrja til ráðs ella at sparra við um ritgerðir, vallærugreinar, skiftislestur o.a., sum hoyrir lestrarlívinum til. LESA Á CBS? Hevur tú ætlanir um at lesa á CBS og hevur spurningar um eitthvørt, so set teg endiliga í samband við okkum. Vit hava fólk, sum lesa á mest sum øllum linjum, so vit hava kunnleika til flestu linjurnar og CBS sum heild. Kom eisini og hitt okkum á 5’aranum á Nexus, lestrarbarrini á CBS, hvønn fyrsta hósdag í mánaðinum. Vit kikkstarta semesturstartin, sum verður fyrsta hósdag í septembur – sí nærri kunning á Facebook-síðu okkara: www.facebook.com/samvinna Tú kanst eisini finna okkum á: www.samvinnan.com
VÁS er lestrarfelag fyri føroyskar útisetar, ið lesa verkfrøði. Felagið hevur heimstað á DTU í Lyngby nærhendis Keypmannahavn. VÁS varð av fyrstan tíð stovnað aftur í 90unum og fekst við at skipa fyri sosialum og fakligum tiltøkum á DTU í Lyngby. Á sumri 2016 er stig tikið til at endurstovna felagið. Tað eru í dag gott og væl 130 verkfrøðilesandi, ið lesa 15 ymiskar verkfrøðigreinar. Sjálv tilgongdin av endurstovnanini byrjaði við, at føroysk verkfrøðilesandi sóknaðust eftir einum fakligum og sosialum bólki. Eisini føroyskar fyritøkur hava í longri tíð sóknast eftir at koma í samband við verk-
frøðilesandi og nýútbúnar verkfrøðingar. Torstein Fríðfinsson, Sámal Debes Joensen, Jørgin Bech Árting og Jóhan Bech Húsgarð tóku tí stig til at endurstovna felagið á sumri 2016. Fyrsta stigið er at hava stovnandi aðalfund. Hetta verður eftir ætlan gjørt um miðjan juli heima í Føroyum, har føroyskar ráðgevarafyritøkur og vinnulívsfólk luttaka. Seinni er ætlanin at skipa fyri fakligum og sosialum tiltøkum.
!ølnir 2016 | 65
E$ir loknan lestur 68 72 76 80
66 | !ølnir 2016
Sein kúgv fær eisini gras Sendikvinna Føroya til ES Mítt lestrarlív Føroyar er eitt fantastiskt land
!ølnir 2016 | 67
EFTIR LOKNAN LESTUR
Sein kúgv fær eisini gras NAVN Sveinur Tróndarsson BÚSTAÐUR Tórshavn
Tað at Setrið nú bjóðar fleiri útbúgvingar ger, at eisini vit, sum eru komin ei# sindur til árs, kunnu fara undir víðari lestur, u#an at vit skulu tvingast av landinum í ei# longri tíðarskeið ella tvingast at velja eina $arlestrarútbúgving, tí eingin annar møguleiki er.
- TAKIÐ TAÐ RÓLIGT! Tað vóru ráðini, sum danski journalisturin Martin Krasnik við afturvirkandi kraft hevði givið sær sjálvum sum studentur. Tað skrivaði hann í einari grein í danska blaðnum Kristeligt Dagblad fyri akkurát einum ári síðan. Greinin var partur av einari greinarøð undir heitinum “Kære mig som student”, har danska blaðið hevði biðið fleiri kendar skriva í samband við, at miðnámsskúlanæmingarnir vóru um at leggja seinastu hond á sínar útbúgvingar. Greinin skuldi tó skrivast við tí vinkli, at høvundarnir skuldu koma við góðum ráðum til sín sjálvs sum studentur. Tað vil siga, at tey í afturlítandi formi skuldu taka saman um tað, sum var hent eftir, at tey sjálvi vóru liðug við miðnámsskúlan. Tá eg hevði lisið greinina hjá Krasnik, sum í mangar mátar er ein journalistisk fyrimynd hjá nógvum okkara í fakinum, sat eg við einum stórum smíli. Tí eg kendi meg aftur í tí, sum hann segði. LÍVIÐ ER IKKI EIN BEIN LINJA Mínir tankar fóru at ferðast, tá eg las stuttu greinina hjá danska starvsfelaga-
68 | !ølnir 2016
num. Aftur til ta tíð, tá eg sjálvur byrjaði at gera mær tankar um, hvørja leið eg skuldi velja. Hetta var um tað mundið, tá eg skuldi í realskúla, og eitt av fakunum, sum eg hevði hug til at kasta meg yvir, var journalistikkurin. Ikki tí, eg hugsaði eisini um løgfrøði og búskap, og, má eg viðganga, sálarfrøði hevur eisini verið ein møguleiki. Og stóð tað til mín tá, skuldi eg av landinum so skjótt, sum til bar eftir, at studentspróvtøkan var komin undir land. Men tað gongur sjáldan, sum ein ætlar, og tá avtornað var, vóru viðurskifti, sum gjørdu, at eg valdi at benda mína lívslinju ein annan veg. Í staðin fyri at enda á donskum skúlabonki á heysti í 1984, fór eg í bankalæru í Sjóvinnubankanum. Eg gjørdist tó ikki drúgvur har, tí tvey ár seinni fór eg at arbeiða sum grannskoðari, og eftir tað var roknskapur tað, sum eg helt meg skula arbeiða við. Eitt sindur øðrvísi enn at gerast landmátari hjá Matrikulstovuni, sum eisini stóð mær í boði. Hvussu tað hendi, havi eg ongantíð skilt. Gamaní søkti eg, men tað ger mann jú, og enn tann dag í dag fangi eg meg sjálvan í at
undrast yvir, hvussu tað ber til, at leiðslan á Matrikulstovuni helt, at eg, við mínum matematisku avrikum úr Hoydølum, var áhugaverdur í teirra verð. OYÐIMARKARGONGD Í ODENSE Vit menniskju hava lyndi til at halda ov fast í tí, sum vit gera. Tá vit fyrst hava stungið út í kortið, skal ofta nógv til, áðrenn vit broyta kósina – ella bara tillaga hana eitt lítið sindur.
sum vóru javngamlir við meg, kendi eg á mær næstan alt fyri eitt, at eg hevði valt skeivt. Áðrenn eg søkti, hevði eg fingið at vita, at HA-útbúgving í Odense var tann minst ringa av siviløkonomútbúgvingunum í Danmark, tí hon var so matematisk. Jú, takk! Tað skal eg sanniliga lova fyri. Trupulleikin hjá mær var bara, at eg absolutt einki hevði gjørt við matematikk í umleið níggju ár, og tá var einki, sum æt “opsamlingskursus”.
fyri var eg næstan 29, tá eg byrjaði, og tá helt eg, at mann átti at hava so frægt tamarhald á sínum lívi, at mann visti, hvønn veg mann skuldi fara. Tí var tað í rúma tíð ikki ein møguleiki, at eg antin skuldi gevast ella byrja umaftur, og eg sá tað heldur ikki sum ein møguleika, at eg skuldi skifta leið. Tí royndi eg at halda fast við búskapin eina tíð enn, og eina tíð eftir byrjaði eg enntá eisini at lesa HD. Men tað fekk alt ein bráðan enda, tá eg flutti heim, tí tá tók eg tað stigið, sum hevði við sær, at eg fann aftur á ta leiðina, sum eg hevði hugsað mær, tá eg var ungur tannáringur. Beint áðrenn, og eg meini veruliga beint áðrenn, tí tað var í somu viku, sum eg flutti heim, søkti eg starv sum ítróttarskrivari á Sosialinum. Tað starvið fekk eg tó ikki. Tað var latið einum av mínum núverandi starvsfeløgum og sera góðu vinmonnum, men eg fekk boðið eitt annað starv. Sum vanligur journalistur. Eg tók av, og brádliga stóð eg júst har, sum eg hevði ætlað mær sløk 20 ár frammanundan. Uttan ta fakligu barlast, sum ein journalistur ivaleyst skal hava, og uttan tær royndir, sum ein journalistur eisini skal hava. Í staðin hevði eg aðrar royndir, sum
»Vit menniskju hava lyndi til at halda ov fast í tí, sum vit gera. Tá vit fyrst hava stungið út í kortið, skal o%a nógv til, áðrenn vit broyta kósina« Soleiðis hevði eg tað eisini. Tí var tað næstan ein sjálvfylgja, at eg, tá eg sum næstan 29 ára gamal, søkti og slapp inn á HA-útbúgvingina á Odense Universiteti. Nú hevði eg jú arbeitt í banka, sum grannskoðari og enntá sum roknskaparleiðari í eina tíð, og tí mátti tað vera tann vegin, eg skuldi fara. So tað gjørdi eg. Men sjálvt um eg hevði góðar umstøður og góðar lestrarfelagar,
Tað var bara beint á, og eg misti luftina alt fyri eitt. Eg tordi, tíverri, bara ikki at viðganga tað, hvørki fyri mær sjálvum, tíansheldur fyri mínum nærmastu, og tí gekk eg og høsnaðist í gott og væl eitt ár í einum umhvørvi, har eg slett ikki hoyrdi til. S(V)EINUR Á VEG Mín trupulleiki var, at eg var rættiliga seinur á veg. Sum nevnt framman-
!ølnir 2016 | 69
EFTIR LOKNAN LESTUR
eg ikki hevði viljað verið fyriuttan, og satt at siga – hetta verður bara millum okkum – eri eg fegin um, at eg endaði í hesum fakinum eftir einari aðrari kós enn tí vanligu. Tí hon hevur givið mær nakað annað enn tað, sum eg hevði fingið, um eg valdi ta vanligu leiðina. SETRIÐ GEVUR GÓÐAR MØGULEIKAR Sjálvt um mín lestrarleið í mangar mátar má sigast at hava verið meira tragisk enn nakað annað, so leggi eg í dag ikki so øgiliga nógv í tað. Jú, sjálvandi skal mann gera seg lidnan við eina útbúgving, tí við pappírum hevur tú so nógv betri atgongd til tey góðu og áhugaverdu størvini. Men tú kanst eisini læra eina tramans rúgvu, hóast tú ikki fært eitt endaligt prógv. Og tú kanst eisini koma nokk so langt uttan neyðturviliga at hava pappír, sum siga, at tú dugir eitt ella annað. Men tú sleppur ikki allan vegin, um tú eitt nú ætlar tær eitt alment starv. Tá skulu prógv til. Tað var nú ikki tað, sum gjørdi, at eg í 2013 fór at lesa stjórnmálafrøði á Setrinum. Heldur var tað eitt ynski um at fáa eina fakliga útbúgving á einum øki, sum í dag hevur mín stóra áhuga. Eg havi arbeitt við fakinum síðan 1998 og havi altíð havt áhuga tann vegin. Hetta er ein útbúgving, sum eg saktans kann brúka í mínum dagliga yrki, og tá eg harafturat fái
70 | !ølnir 2016
»Eg havi ikki tey journalistisku pappírini, men eg havi eina aðra barlast, sum eg ikki hevði havt, um eg fór ta beinu leiðina« fleiri førleikar, sum eg ikki hevði frammanundan, var tað eitt upplagt val, tá eg nú kundi lesa í Føroyum. Hetta seinasta var rættiliga avgerandi fyri meg, tí eg hevði ikki farið uttanlands at lisið. Tað eru ov nógv viðurskifti, sum binda meg til heimlandið, og tí hevði tað ikki borið til. Fyri fólk av mínum slagi, sum eru komin so mikið til árs, er hetta ein framúr góður møguleiki at fáa eina góða útbúgving í heimlandinum. Ein møguleiki er sjálvandi eisini at lesa á netinum, men tað havi eg ikki hug til. Tá eg var yngri, skilti eg ikki, hví “eldri fólk” – tað eru fólk, sum eru yvir 40 – fóru at lesa. Tey vóru alt ov gomul, helt eg tá. Men nú havi eg, løgið nokk, ongar trupulleikar av tí yvirhøvur. Og hví skuldi aldur verið ein forðing? Kanska er tað í ávísum førum ein beinleiðis fyrimunur at vera eitt sindur búgvin, tá mann byrjar at lesa. TAKIÐ TAÐ RÓLIGT Til seinast fari eg at venda aftur til tað, sum mín danski starvsfelagi skrivaði fyri einum ári síðan. Í greini-
ni kemur hann inn á, hvat hann hevði mælt sær sjálvum til at gjørt, um hann hevði havt tann møguleikan. Og tað fyrsta, hann hevði sagt, var, at fólk skulu taka tað róligt og ikki vera so øgiliga avgjørd frá byrjan. Tí hann endaði har, hann ætlaði frá byrjan, men ferðin hevði verið stuttligari, um hann valdi onkrar umvegir. Akkurát henda partin kendi eg so øgiliga væl aftur. Tí eg bleiv tað, sum eg ætlaði, tá eg var ungur tannáringur. Eg havi ikki tey journalistisku pappírini, men eg havi eina aðra barlast, sum eg ikki hevði havt, um eg fór ta beinu leiðina. Sjálvandi skulu vit hava virðing fyri teimum, sum velja at ganga beint á málið, eisini tá tað snýr seg um útbúgving. Men samfelagið blívur óluksáliga keðiligt, um øll ganga í takt. Og ert tú tann, sum ikki tímir tað, so vælsignað/ur lat vera. Málið hevur sjálvandi øgiliga stóran týdning í síðsta enda. Men ferðin til málið hevur í øllum førum havt uppaftur størri týdning fyri meg.
Veitari av bókum
til Føroya fólk í meira enn 130 ár
Tel. 31 45 55
Nethandil
Vælkomin inn á!ølnir nethandilin 2016 | 71 á www.foroyaprent.fo
EFTIR LOKNAN LESTUR
Sendikvinna Føroya til ES NAVN Kate Sanderson LESUR Master of Philosophy BÚSTAÐUR Brússel
Eg las BA Honours millum 1979 og 1983 á Sydney Universiteti í Australia, har eg eri fødd og uppvaksin. Í 1993 fekk eg “Master of Philosophy” fyri mína gransking í Føroyum, ið endaði við einari størri ritgerð um grind. Eg byrjaði í 1979 við enskum, týskum, altjóða viðurskiftum og sálarfrøði. Fyrsta árið av BA-lestrinum verður ofta nýtt til at royna seg fram fyri at vita, hvar tann veruligi lestraráhugin liggur. Eg valdi á øðrum ári at fokusera upp á mál, sum
hálvu fyri tað mesta í týskttalandi londum, og síðan for leiðin longri norður, til Danmarkar, Svøríkis og einar tríggjar vikur í Føroyum. Ferðin til Føroya í juni 1981 skuldi vísa seg at hava eina stóra ávirkan á bæði lesturin og lívsleiðina sum heild. Afturkomin til Sydney at lesa víðari í 1982 vaks áhugin fyri norðurlendskum máli og serliga føroyskum alsamt. Norrønt er altíð ein partur av lestrinum, tá mann lesur enska málsøgu, og á týsku deildini á Sydney Universitet bar eisini til at læra svenskt. Hóast fleiri frøðingar vóru í lestrarumhvørvinum í Sydney tá, ið kendu til norðurlendsk mál og mentan, var eingin, uttan eg sjálv, ið hevði ein akademiskan áhuga fyri Føroyum og føroyskum.
»Eg søkti um at lesa føroyskt í Føroyum og var so heppin at vera tann, ið fekk danska styrkin árið 1985« altíð hava havt mín stóra áhuga. Eg helt tí fram við enskum (málsøga, semiotikkur og bókmentir) og týskum (mál og bókmentir) á hægri støði (BA Honours). Eftir annað árið tók eg eitt sokallað «gap» ár í 1981 og fór at ferðast í Evropa, fyrru
72 | !ølnir 2016
Tá eg fekk BA Honours-prógvið handað á vári 1984 við hægstu úrslitum (First Class), vísti mín professari á, at ein styrkur var at søkja hjá donsku stjórnini (Undervisningsministeriet) til Masters ella Phd.-lesandi úr Australia. Treytin fyri at søkja var, at ætlanin var at lesa okkurt, sum var serstakt fyri Danmark. Eg søkti um at lesa føroyskt í Føroyum og var so heppin at vera tann, ið fekk danska styrkin árið 1985. Hetta gav mær stuðul í 9 mánaðir. Eg fór
fyrst til Keypmannahavnar í januar 1985, har eg fekk undirvísing í føroyskum og donskum á KU. Í juli sama árið gekk leiðin víðari til Føroya, har eg fekk høvi at vera við til Exam Art-undirvísing í føroyskum máli og bókmentum á Føroyamálsdeildini á Setrinum, tó uttan at noyðast upp til próvtøkuna. Hesa tíðina brúkti eg at seta meg inn í føroysk viðurskifti og menna eina granskingarverkætlan í samráð við sama professara í Sydney, ið nú var mín akademiski vegleiðari. Evnið gørdist grind við denti á, hvussu hvalir og hvalaveiða hava verið lýst í norrønum og føroyskum bókmentum og øðrum tekstum frá miðøldini og fram til 1900. Ritgerðin varð góðkend at verða ein PhD, men eftir sjey ár (harímillum eitt ár í Íslandi, har eg las íslendskt á Háskólanum) og tvey børn gjørdist hon, fyri at fáa hana lidna, ein M.Phil (M.A. Honours). Samstundis sum eg fór í gongd við granskingina til ritgerðina, fekk eg á vári 1986 arbeiði í Landsstýrinum, sum tá hevði bráðfeingis tørv á hjálp at fáa týtt grindakunngerðina til enskt og svara teimum mongu mótmælis-
»Tann brennandi áhugin fyri øðrum málum og mentanum, sum menti seg til ein serligan áhuga í føroyskum, gjørdi, at eg arbeiddi miðvíst fyri at fara til Føroya og læra málið« brøvum, sum vóru knappliga farin at streyma inn frá umheiminum. Sum vera man hóskaði hetta arbeiðið mær serstakliga væl, bæði við mínum áhuga fyri evninum og mínum førleikum í enskum og tekstskriving. Ikki minst gav hetta mær møguleikan at vera nakað longri í Føroyum, tí tá var danski styrkurin langt síðan uppi. Eg var so heppin at fáa høvi at laga hetta arbeiðið eftir mínum lestrarlívi, sum síðan eisini gjørdist til eitt familjulív og eina verandi tilveru í Føroyum við manni og tveimum børnum. Ritgerðin var endaliga liðug og latin inn í august 1992. Á vári 1993 var hon formliga góðkend og fekk universitetsmedalju. Á heysti 1993 fekk eg starvið sum fyrsti aðalskrivarin í nýstovnaða millumlandafelagsskapinum NAMMCO (North Atlantic Marine Mammal Commission) og flutti við familjuni til Tromsø at búgva og arbeiða í fimm ár. Heimafturkomin til Føroya í 1998 havi eg síðan arbeitt fyri landið við
altjóða samstarvi og samráðingum, flestu árini í uttanríkistænastuni. Síðan september 2012 havi eg verið útsend til Brússel sum sendikvinna Føroya til ES, har eg verði til á sumri 2018. Sum hendan drúgva og eitt sindur fløkta søga sigur, hevur mín lestrarog lívsleið verið ein blanding av sterkum vilja, hørðum arbeiði og reinari lagnu. Tann brennandi áhugin fyri øðrum málum og mentanum, sum menti seg til ein serligan áhuga í føroyskum, gjørdi, at eg arbeiddi miðvíst fyri at fara til Føroya og læra málið. Ikki tí eg hevði eina heilt greiða ætlan um, hvat eg í longdini skuldi brúka hetta til, men sum heild var tankin, at eg skuldi fara aftur til Sydney og gerast ein av hasum málsligu serfrøðingunum í norðurlendskum málum og lata hesa vitan víðari til onnur. Men tá lagnan vil tað øðrvísi, og óvæntaðir og spennandi møgu-
!ølnir 2016 | 73
EFTIR LOKNAN LESTUR
Snýr tað seg um ein dreym?
sansir.fo
Heimurin er víðopin og stórar upplivingar bíða eftir tær. Ætlar tú tær at lesa, fjakka ella okkurt heilt annað, so skilja vit tín tørv.
Á bólkamyndini er Kate næst frá høgru – tikin á Sydney Uni til próvhandan (BA Hons) í 1984 – ”Tea and sandwiches” – tá hon var 23 ár.
leikar bjóða seg fram, skal mann eisini vera til reiðar at fylgja hjartanum og fara eina heilt aðra leið, enn hvat høvdið hevur avgjørt frammanundan. Mínar persónligu avgerðir hava tó altíð verið væl kjølfestar í einari gjøllari grundútbúgving, sum var við til at geva mær eina greiða fatan av mínum egnu førleikum – og avmarkingum. Míni ráð til tey lesandi í dag er at arbeiða hart við at tryggja sær eina
góða barlast og munagóðar førleikar í grundútbúgvingini, sum kunnu koma tykkum væl við í alskyns arbeiði. Har hevði eg serliga lagt dent á førleikar at skriva og greina. Talgilda tilveran í dag ger tað enn meira umráðandi enn nakrantíð at hava orð í sínum valdi – at menna og røkja skrivliga samskiftið og duga at bera ein greiðan boðskap fram. Hetta kemur ikki av sær sjálvum – tað er eitt handverk, sum mann skal arbeiða miðvíst við at brýna. Og
minnist til – tað ber væl til at stovna familju og lesa samstundis. Fleiri av tykkara foreldrum hava klárað júst hetta sum einki. Lívið kann ongantíð leggjast til rættis niður í minsta smálutin. Be ready to be surprised!
Kom og fá eitt prát við okkum
í Brússel, 23. juni 2016
Eik Banki P/F, Tel. 348000 eik@eik.fo , www.eik.fo 74 | !ølnir 2016
!ølnir 2016 | 75
EFTIR LOKNAN LESTUR
Mí# lestrarlív NAVN Birita í Dali LESUR Master i Stjørnmálafrøði BÚSTAÐUR Grønland
LESTRARÁR Eg havi lisið stjórnmálafrøði á universitetinum í Keypmannahavn. Stjórnmálafrøði fevnir um nógv, eitt nú løg-, búskapar- og samfelagsfrøði, umsiting og altjóða politikk. Eg flutti til Danmarkar dagin áðrenn fyrsta fyrilestrardag á universitetinum í 2008 og flutti til Grønlands dagin eftir, at eg lat høvuðsuppgávuna inn seks ár seinni. Bachelorútbúgvingin í stjórnmálafrøði er ein meira ella minni fastur saman-
strævin hjá teimum á meritkontórinum á KU, tí eg vildi meira, enn tey vóru von við, men tað eydnaðist hóast alt, og eg vil ráða øllum til ikki at gevast, skuldu tey havt líknandi ætlanir. STARVSVENJING Á BORGINI OG Í BRÚSSEL Eg var tvær ferðir í starvsvenjing. Fyrru ferð fyri bæði ein føroyskan og ein grønlendskan fólkatingslim á Borgini. Seinnu ferð á føroysku sendistovuni í Brússel. Mær dámdi serstakliga væl at arbeiða bæði støðini. Tað var stuttligt, mennandi og læruríkt á so mangan hátt, og eg knýtti góð vinarbond við tey, sum eg arbeiddi saman við. Royndirnar frá hesum starvsplássum gjørdu sítt til, at eg fekk holla vitan um, hvørji mál rørdu seg, ikki einans í Føroyum og í Grønlandi, men eisini úti í heimi, og hvussu Føroyar og Grønland kundu vera við í leikinum, hóast vit ofta einans eru ein finna á talvbrettinum.
»Eg havi u"an iva verið strævin hjá teimum á meritkontórinum á KU, tí eg vildi meira, enn tey vóru von við…« skrúvaður pakki, sum tú ikki rættiliga kanst broyta, og kandidatútbúgvingin var júst tað mótsatta, har tú sum lesandi sjálv kundi velja, hvat tú ynskti at leggja dent á og nær. Eg var sera áhugað í altjóða, norðurlendskum og arktiskum politikki, og tað setti eisini dám á míni val, hvar eg fór í starvsvenjing, og hvar eg fór at lesa í øðrum londum í longri og styttri tíðarskeiðum. Eg havi uttan iva verið
76 | !ølnir 2016
LESTRARUPPIHALD Í ÍSLANDI, RUSSLANDI OG NORÐURNOREGI Sum nevnt vildi eg hava meira um arktiskan og altjóða politikk á breddan, og eg vildi gjarna lesa um hesi viðurskifti í teimum londunum, sum tað viðvíkur.
Eg havi tí verið eitt hálvt ár sum skiftisnæmingur umvegis Nordpluss á arktiska universitetinum í Noregi, sum er universitetið í Tromsø, har eg las havrætt, fiskivinnupolitikk og um russiskan olju- og orkupolitikk. Umframt hetta hálvárið í Norðurnoregi havi eg verið á summaruppihaldi á universitetinum í Íslandi um smátjóðir í altjóða politikki, á vetrarskeiði í Murmansk í Norðurrusslandi, har eg lærdi um búskaparfrøði og menningina í Arktis, og síðst, men ikki minst, var eg á summarskeiði umborð á einum skipi, siglandi eftir landnyrðingsleiðini við russisku strondini, har eg las havrætt og russiskan politikk.
eini høvuðsritgerð, og tann tíðin var heldur strævin, hóast mær dámdi sera væl at fordjúpa meg í evninum, sum eg eisini helt var eitt tað mest spennandi í verðini júst tá. Eg hugsi ofta, at tíbetur endaði lesturin við eini
og um tað veruliga fer at henda, veit einans tíðin at siga. Eg rendi meg í ein fittan grønlendskan drong, og vit fluttu saman til Grønlands. Føroyar fara jú altíð at vera heima, men beint nú er mín gerandisdagur í Nuuk, har
»Eg elskaði at vera lesandi. Tað var veruliga tá, at eg hevði tíð til alt, gjørdi alt og náddi alt. So ta tíðina kann eg sjálvandi leingjast a%urá«
Eg vil ikki siga, at eg hevði ætlan um eitt ávíst arbeiði á einum ávísum stað. Tað hevur altíð verið dragandi at hugt út um landoddarnar fyri at skilja, hvat uttanfyri ávirkar okkum heima í Føroyum. So ætlanin var at tilogna mær vitan og upplivingar frá umheiminum, men eg visti ikki, tá eg byrjaði at lesa, at mítt forvitni skuldi leiða meg so langt burtur og norður. SKIFTIÐ FRÁ LESNAÐI TIL ARBEIÐSMARKNAÐ Eg elskaði at vera lesandi. Tað var veruliga tá, at eg hevði tíð til alt, gjørdi alt og náddi alt. So ta tíðina kann eg sjálvandi leingjast afturá. Men eg haldi, at tað er munur á at vera lesandi og at skriva spesiali. Ein útbúgving endar aloftast við
stórari ritgerð, sum styrkti viljan at gerast liðug, veittra farvæl til at vera lesandi og byrja á arbeiðsmarknaðinum. Sum lesandi hevur tú størri ábyrgd av at leggja tína tíð til rættis. Altso tú avgert sjálv, um tú lesur um kvøldið ella um dagin, sum ofta ger, at tú ert lesandi 24 tímar í samdøgrinum, men tá tú arbeiðir, er tað lættari at fara heim kl. 17 og hava frí. HVÍ IKKI FØROYAR BEINT EFTIR LOKNAN LESTUR? Eg haldi, at um ung eftir loknan lestur ynskja at venda heim beint eftir síðstu próvtøkuna, so skulu vit gera alt fyri, at hetta kann lata seg gera. At arbeiða uttanlands og síðan venda heim við góðum arbeiðsroyndum er avgjørt heldur ikki nakað, sum vit skulu undirmeta. Sjálv ímyndi eg mær meg arbeiða í Føroyum ein skjønnan dag. Nær
eg havi spennandi starv, ein fittan grønlandskan sjeik – og bát! GÓÐ RÁÐ TIL TEY, IÐ ERU LESANDI NÚ Njót tað! Til tey, sum enn eru í byrjanini av lesnaðinum: Njót lesturin, men eisini alla frítíðina. Keyp eina súkklu, far á bókasavn og les, lær teg at skipa tína tíð, soleiðis at tú bæði kanst fordjúpa teg í spennandi evnum, men eisini so at tú hevur tíð at arbeiða, íðka ítrótt, røkja okkurt løgið ítriv, ferðast og bara njóta at vera ungur og lesandi. Til tey, sum eru um at gerast liðug: Ikki stúra fyri, hvat bíðar eftir tær hinumegin. Hvat tú lesur, er ikki tað týdningarmiklasta. Tað, at tú fært tær eina útbúgving, er týdningarmikið. Og gerst so liðug. Hvat tú so endar at arbeiða við, ja, tað til sína tíð.
!ølnir 2016 | 77
EFTIR LOKNAN LESTUR
SAMANSPÆLIÐ MILLUM LÆRDÓMIN FRÁ LESNAÐINUM OG ARBEIÐIÐ Sum stjórnmálafrøðingur fært tú breiða vitan um fjølbroytt evni og nógv ymisk amboð, sum tú kanst nýta í einumhvørjum starvi. Sum
78 | !ølnir 2016
fulltrúi í Råstofstyrelsen í Grønlandi nýti eg m.a. mína vitan um góða umsiting, grundleggjandi løgfrøði og vitan um havrætt. Eg legði stóran dent á grønlendsk viðurskifti undir lesnaðinum, og við mínum royndum frá starvsvenjing og lestrarstørvum,
har eg havi arbeitt við grønlendskum og arktiskum viðurskiftum, er tað lætt at fylgja við í kjakinum, hvat flytur seg í grønlendska samfelagnum og – ikki minst – vitan um ráevni og teirra leiklut í Grønlandi.
!ølnir 2016 | 79
EFTIR LOKNAN LESTUR
Føroyar er ei# fantastiskt land NAVN Niels Uni Dam LESUR Cand.comm á Roskilde Universitet BÚSTAÐUR Tórshavn
Eg eri cand. comm. av Roskilde Universitetscenter við hjálærugreinini heimspeki. Til dagligt búgvi eg á Argjum og eri stjóri í marknaðarføringsfyritøkuni Nudlavirkið. Til gerandis taka vit okkum av marknaðarføringini hjá eini langari røð av fyritøkum, eitt nú Elektron, Vodafone, INNI, Wenzel, Reinsaríið, Havnar Træsmiðju, Demich, Sólorku, Pizza 67 og nógvum øðrum. Stutt sagt gevur tað ein spennandi dynamiskan gerandisdag við fjøl-
sialinum og portal.fo. Mín serritgerð kundi eins væl verið ein sameind serritgerð, tí hóast hon var í samskifti, so bygdi hon beinleiðis á tvær tær seinastu ritgerðirnar, ið eg gjørdi á heimspekisútbúgvingini. Eg valdi tó at fáa mær ein reinan samskiftiskandidat, tí eg visti, at eg ætlaði at arbeiða innan samskifti og ikki innan heimspeki. Eg havi tó ein sameindan bachelor. Eg byrjaði á RUC í 1995 og las har til í 2001, tá eg flutti til Føroyar at starvast sum samskiftisfólk hjá Tórshavnar kommunu. Eg endaði við at leggja serritgerðina á hillina í nøkur ár, og tað var ikki fyrr enn í 2004, at eg endaliga gjørdi meg lidnan og lat serritgerðina inn. Eg vil ikki viðmæla nøkrum at fara í fast starv, áðrenn serritgerðin er latin inn. Tí í øllum førum fyri meg var tað sera torført at fáa hana lidna, tá flyting, nýtt arbeiði, nýggj tilvera og børn fóru at fylla alsamt meira.
»Eg vil ikki viðmæla nøkrum at fara í fast starv, áðrenn serritgerðin er latin inn« broyttum samskiftisupgávum frá stórum kampanjum, sjónvarpslýsingum, miðla- og samskiftisráðgeving til stórprent, bildekorering og skelting til búmerki og lítlar Facebook-lýsingar, Google-herferðir og heimasíður. Eg havi fyrr arbeitt fimm ár á Sendistovuni, ið eisini er ein samskiftisfyritøka, og áðrenn tað í Miðlahúsinum, m.a. sum ritstjóri á planet.fo og sum blaðfólk á So-
80 | !ølnir 2016
Men hetta er eitt blað fyri tey lesandi, so lat meg venda aftur til lesnaðin. Eg visti heilt ungur, at eg dugdi væl at skriva og kanska enn týdningarmiklari, at mær dámdi væl at skriva, so eg vildi gjarna vera journalist. Men tí eg hevði damu,
sum insisteraði uppá at búgva í Keypmannahavn, og tí mann tá ikki kundi lesa til journalist í Keypmannahavn, so valdi eg at lesa cand. comm., ið kundi nýtast í starvinum sum journalist. Eg byrjaði á Humanistisk Intern a ti o n a l B a s isuddannelse, og har lesturin var á enskum, hugsaði eg, at um eg las á enskum millum danir, so var eg á sama støði sum tey, meðan eg, um eg las á vanligu donsku humanistisku linjuni, fór at vera verri fyri enn mínir lestrarfelagar, ið høvdu danskt sum móðurmál. Eisini metti eg tað vera gott at betra uppaftur meira um mínar ensktførleikar.
Bólkarnir vóru, sum vera man, ymiskir í dygd, dynamikki og samstarvsevnum. Men eg lærdi nógv, og eg
ein hægri útbúgving. Í sambandi við hetta kavaði eg aftur niður í teoriina, og eg má staðfesta, at hóast eg
»Fyri ein, ið var komin sovandi gjøgnum fólkaskúla og miðnám, vóru krøvini á hægri lærustovni« «ei" tiltrongt spark í reyvina.
Eg elskaði Humanistisk International Basisuddannelse. Eg lærdi ótrúliga nógv, ikki minst frá Tove Skuttnab-Kangas, ein finskur professari, ið var vegleiðari hjá mær fyrsta semestur. Hon var beinhørð, og onkuntíð fekk eg innlatin pappír aftur blóðreyð og við viðmerkingum sum: “I would have expected more from you.” Fyri ein, ið var komin sovandi gjøgnum fólkaskúla og miðnám, vóru krøvini á hægri lærustovni eitt tiltrongt spark í reyvina. Eg lærdi ótrúliga nógv um uppsøkjandi arbeiði, research, keldukritikk, umframt tað mest týdningarmikla av øllum: synergi gjøgnum projektorienteraða bólkaarbeiðið. Hetta eru alt førleikar, ið eg brúki í mínum gerandisarbeiði.
kann bara siga, at mann lærir nógv, ið mann kann brúka í arbeiðslívinum í einum ringum bólki. Tí tað meira enn so hendir seg, at mann møtir fólki í arbeiðslívinum, ið ikki eru nemm at samstarva við. Eg var so óheppin, at eg byrjaði at lesa heimspeki á yvirbygnaðinum tað árið, tá RUC á fyrsta sinni bjóðaði heimspeki út. Hetta merkti útbúgvingina, tí skipanin av henni var leitandi. Eg haldi tó, at eg lærdi nógv – bæði logikkur og vísindasøga, umframt sjálvandi heimspeki, eru øki, ið læra teg at hugsa størri og betri skipaðar tankar. Samskiftisútbúgvingin var munandi betur skipað. Í mun til ljósabláu barakkirnar, har stovnurin fyri heimspeki búði, búði stovnurin fyri samskifti í størsta, nýggjasta og flottasta bygninginum, so ytru karmarnir vóru góðir. Eg lærdi eisini nógv har, og nógv av tí fylgir mær enn, bæði arbeiðsamboð og eisini yvirskipaða innlitið í samskifti sum heild. Hetta farna semestrið havi eg undirvíst í marknaðarførslubúskapi á Handilsskúlanum í Havn, og er hetta
havi lært nógv í mínum arbeiði, so er øgiliga nógv av teoriini við eisini. Tá eg var um at gerast liðugur við serritgerðina í 2001, fór mín skrivipartnari í svart, hann leveraði einki og lat meg sita við øllum. Tí náddi eg ikki at verða liðugur sum ætlað, til tá eg skuldi byrja í starvinum sum samskiftisfólk hjá Tórshavnar kommunu, og tíverri endaði eg so við at leggja serritgerðina á hillina í eina løtu. Eg var fluttur heim og treivst væl, men tá konan vildi til Danmarkar at lesa trý ár eftir, skundaði eg mær at gera serritgerðina lidna og fekk latið hana inn í síðstu løtu, áðrenn lestrarreglugerðin varð dagførd. Vit búðu aftur trý ár í Danmark, men vistu alla tíðina, at vit skuldu heim aftaná. Fyri mítt viðkomandi var eg troyttur av Keypmannahavn, og mær longdist heim. Eg vildi eisini, at børnini skuldu sleppa at búgva í Føroyum og eitt nú vitja ommu sína ella stákast við abba sínum. Eg havi ongantíð angrað, at vit fluttu heim aftur. Føroyar er eitt fantastiskt land.
!ølnir 2016 | 81
Lestrarhjálp 84 85 86 88 90 91 93
82 | !ølnir 2016
Ráðgevingin Eik legat til lesandi Stuðul frá Studna Ískoytislesnaður Málslig fyrireikingarskeið Hvat er føroya frádráttur? Skiftislestur
!ølnir 2016 | 83
LESTRARHJÁLP
Ráðgevingin Tað kann vera møtimikið at flyta niður, fáa skil upp á øll síni viðurskifiti ella vita hvussu ein ber seg at, um umstøðurnar brádliga fløkjast. Ráðgevingin í Keypmannahavn kennir føroysk-donsku viðurskiftini væl, og kann vegleiða og veita tær ráð og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Royndu sosialráðgevarnir, ið húsast á 1. hædd í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, kunnu virka sum sambindingarliður millum teg, myndugleikar og stovnar í Danmark og Føroyum. Vit kunnu hjálpa við upplýsingum um reglur og lóggávu, hjálpa við at samskipa og raðfesta, vísa á møguleikar, myndugleikar, stovnar og serfrøðingar.
Eik legat til lesandi
Vit kunnu til dømis vegleiða um: • Flyting og persónsnummar • Sjúkratrygging • Bústaðarviðurskifti • Boligsikring • Hernaðarskyldu • SU • Eyka SU til stakar uppihaldarar • Ferðaískoyti • Børnetilskud, Børne- og ungeydelse • Skatt • Føroyafrádráttur (serligur skattafrádráttur til lesandi) • Varðveitan av skattskyldu í Føroyum Vitja eisini heimasíðu okkara á: www.radgevingin.dk Finnið okkum eisini á Facebook, har vit halda tykkum kunnaði um viðkomandi upplýsingar, tiltøk og freistir.
Eik bjóðar nú føroyingum udir útbúgving stuðul til uppihald u#anlands Ert tú lesandi, og ætlar tú tær eitt uttanlandsuppihald í sambandi við útbúgvingina, so kanst tú søkja um Eik legatið á 15.000 kr. Legatið er bæði fyri føroysk lesandi í Føroyum og føroysk lesandi uttanlands. Lestraruppihaldið skal tó vera í einum øðrum landi enn útbúgvingarstovnurin, tvs. at ert tú t.d. í læru í Føroyum og ætlar tær til Italia at fáa íblástur til útbúgvingina, kanst tú søkja um Eik legatið. Ella lesur tú í Danmark og kundi hugsað tær at tikið ein part av útbúgvingini í Føroyum ella Japan, so kanst tú søkja um Eik legatið.
útbúgving at leita sær íblástur og víðka sjónarringin við einum lestraruppihaldi uttanlands. Vit vita, at útbúgving hevur eina transformerandi megi bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið sum heild, tí vilja vit fegin geva okkara íkast”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik. Eik legatið verður latið tveimum umsøkjarum tvær ferðir árliga, t.e. 1. juli og 1. januar. Umsóknarfreistin er ávikavist 15. juni og 15. desember. Til ber at lesa nærri um treytirnar og at søkja um Eik legatið beinleiðis á heimasíðuni www.eik.fo
“Legatið er ætlað at eggja teimum undir
Tænastan á Ráðgevingini er ókeypis, og tú kanst venda tær anonymt til okkara. Vit arbeiða undir tagnarskyldu og ongin skráseting fer fram.
Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. + 45 33 23 99 80 Fax + 45 33 23 92 34 radgevingin@radgevingin.dk www.radgevingin.dk
Upplatingartíðir: Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Fríggjadag
11.30 – 15.30 11.30 - 15.30 14.00 - 18.00 11.30 - 15.30 stongt Eva Drewsen var fyrsti kundi, ið fekk handað Eik legatið. Eva lesur Softwareudvikling ella KT-menning á IT-Universitetinum í Keypmannahavn. Hon hevur tikið bachelorútbúgving á Fróðskaparsetrinum og er síðan farin undir kandidatútbúgvingina í Keypmannahavn. Eva fekk Eik legatið til at taka eina lestrarhálvu á University of Technology í Sydney í Australia. #eiklegat
84 | !ølnir 2016
!ølnir 2016 | 85
LESTRARHJÁLP
Kynsbýti av lesandi føroyingum á hægri útbúgvingum í Føroyum og u#anlands
Stuðul frá Studna Nógv tann størsti parturin av stuðlinum, ið Studni letur, verður latin til lesandi í Føroyum.
2007/08 Kvinnur
Ert tú undir 18 ár fært tú bóka-studning – kr. 3.642,00 um árið. Uppfyllir tú treytirnar fyri at fáa vistarhaldsstudning, kanst tú eisini fáa kr. 2.544,00 um mánaðin. Ert tú 18 ár ella eldri fært tú studning til livikostnað – kr. 1.838,00 um mánaðin, og tú hevur møguleika at taka lestrarlán
á kr. 2.419,00 um mánaðin. Um tú tekur eina hægri útbúgving ella styttri vinnuførleikagevandi útbúgving, ert forsyrgjari ella kanst skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, fært tú kr. 3.815,00 um mánaðin til livikostnað. Eigur tú børn, fært tú barnastudning – kr. 966,00 um mánaðin fyri hvørt barnið undir 18 ár afturat teimum kr. 3.815. Um tú ert einsamallur uppihaldari at barni/
á hægri Føroyingar á hægriFøroyingar útbúgvingum (bý# útbúgvingum á landafrøðilig øki og skúlaár) bý" á landafrøðilig øki og skúlaár
Føroyar Danmark Aðrðastaðni Íalt
86 | !ølnir 2016
2007/08 605 791 151 1547
2008/09 701 897 187 1785
2009/10 750 943 186 1879
2010/11 876 1031 209 2116
2011/12 903 1365 256 2524
2012/13 987 1324 217 2528
2013/14 911 1435 214 2560
2014/15 2015/16 904 973 1341 1303 182 156 2427 2432
Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestarstuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í ferðastuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Kelda: Studni – august 2016
2008/09 Í alt
Kvinnur
Menn
2009/10 Í alt
Kvinnur
Menn
Í alt
Í Føroyum
314 52% 291 48% 605
364 52% 337 48% 701
346 46% 402 54%
748
Uttanlands
584 62% 358 38% 942
675 62% 409 38% 1084 700 62% 429 38%
1129
Í alt
898 58% 649 42% 1547 1039 58% 746 42% 1785 1046 56% 831 44%
1877
2010/11 Kvinnur
STUÐUL TIL LESANDI Í FØROYUM Nógv tann størsti parturin av stuðlinum, ið Studni letur, verður latin til lesandi í Føroyum.
Menn
Í Føroyum Uttanlands Í alt
Menn
2011/12 Í alt
380 44% 493 56% 873
Kvinnur
Menn
2012/13 Í alt
396 44% 507 56% 903
Kvinnur
405 41% 578 59%
Í alt 983
756 61% 484 39% 1240 967 60% 656 40% 1623 921 60% 620 40%
1541 2524
2013/14 Menn
2014/15 Í alt
Kvinnur
Menn
2015/16 Í alt
442 49% 462 51% 904
Kvinnur
Í Føroyum
416 46% 495 54% 911
Uttanlands
971 59% 678 41% 1649 896 59% 627 41% 1523 837 57%
Í alt
Menn
1136 54% 977 46% 2113 1363 54% 1163 46% 2526 1326 53% 1198 47%
Kvinnur
Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestarstuðlinum øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í ferðastuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við.
502 52%
Menn 471 48%
Í alt 973
622 43% 1459
1387 54% 1173 46% 2560 1338 55% 1089 45% 2427 133 55% 1093 45% 2432
børnum undir 18 ár fæst harafturat kr. 1.532,00 um mánaðin. Barns burðar farloyvis studningur verð ur veittur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Studningurin verður í mesta lagi veittur í 11 mánaðir (eitt stuðulsár) fyri hvønn barnsburð. Øll lesandi, ið hava rætt til stuðul frá Studna og sum nýta Strandfaraskip Landsins, kunnu søkja um ferðastudning innanoyggja. Hetta er serlig skipan, sum gevur øllum lesandi møguleika at ferðast til og frá skúla fyri sama kostnað. Ferðastudningur til verkætlan er studningur til lesandi føroyingar á hægri útbúgvingum í Føroyum og uttanlands í samband við størri verkætlanir, ið skulu gerðast í øðrum landi enn lestrarlandinum.
STUÐUL TIL LESANDI UTTANLANDS Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og koma tí vanliga undir donsku SU-skipanirnar, tá vit lesa uttanlands – bæði í Danmark og øðrum londum. Í § 6 stk. 4 í lógini um lestrarstuðul stendur: ”Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til samsvarandi stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum lestrarstuðulsskipanum, fæst ikki stuðul frá Studna.” Hetta merkir, at ein føroyingur fyrst skal troyta tey rættindi hon ella hann hava hjá SU, áðrenn stuðul kann fáast frá Studna. Víst verður til www.su.dk viðvíkjandi stuðli frá SU. Tað er tó so, at Studni hevur nakrar serligar skipanir fyri føroyingar uttanlands. Tær eru: ÚSUN-skipanin er ein skipan fyri tey, ið lesa hægri lestur uttanfyri Norðurlond. Gjøgnum hesa skipan er møguleiki at fáa stuðul til skúlagjald og livikostnað, í ávísum førum, har hesin stuðul ikki fæst frá SU.
Ferðastudningur uttanlands, sum er ein studningur til eina ferð heim til Føroya eina ferð um árið fyri tann lesandi og børn hennara ella hansara. Verkætlanarstudningur, ið eisini er ein ferðastudningur, men í hesum førinum er talan um ferðastudning til eina verkætlan, ið skal gerast í øðrum landi enn lestrarlandinum. Stuðul til málslig fyrireikingarskeið. Henda skipan veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri lestur í ikki enskt-talandi londum uttanfyri Norðurlond, og er ætlað teimum, ið hava ætlanir um at lesa hægri lestur í hesum londum. Stuðul í serligum førum í Norðurlondum. Henda skipan veitir stuðul í serligum førum til livikostnað og í heilt serligum førum til skúlagjald í Norðurlondum.
!ølnir 2016 | 87
LESTRARHJÁLP
Ískoytislesnaður NAVN Holger Arnbjerg
Varð prógvið ikki sum ætlað? Hvat so? E%ir lokna miðnámsútbúgving er viðhvørt neyðugt at leggja nakrar lærugreinar a%urat fyri at lúka tilskilaðu krøvini hjá hægri lærustovnum.
STARV Lestrarvegleiðari, á Altjóða Skrivstovuni Altjóða Skrivstovan www.ask.fo Teldupostur: ask@setur.fo
Tað ótrúliga er hent. Tú hevur funnið dreymaútbúgvingina! Frálíkt! Men tú lýkur ikki upptøkutreytirnar. Kanska krevja tey støddfrøði A, enskt A ella okkurt heilt triðja. Og tú manglar júst ta lærugreinina. Fall ikki í fátt. Tú kanst altið skoyta upp í (supplera) lærugreinar – í Føroyum, umvegis netið ella í Danmark. TREYTAÐ UPPTØKA Flest øll universitet loyva umsøkjarum at senda ískoytisprógvið aftan á sjálva umsóknina. Um tær manglar eina lærugrein fyri at lúka upptøkukrøvini, kanst tú skoyta uppí í summarfrítíðini í Danmørk á einum sokallaðum ‘turboholdi’. Hesi skeiðini vara í umleið fýra vikur, og tú sendir prógvið til universitetið, har tú søkir um upptøku, tá ið skeiðið er lokið. Tú kanst sostatt fáa boð um upptøku á universitetinum 30. juli treytað av, at tú stendur ískoytisskeiðið og sendir universitetinum prógvið fyri lestrarbyrjan 1. septembur. ÍSKOYTISLESNAÐUR Í FØROYUM Um tað er pláss í flokkinum, ber til at vera stakgreinalesandi á miðnámsskúlunum. Ein stakgreinalesandi fylgir
88 | !ølnir 2016
vanligu undirvísingini hjá einum flokki í eitt ár. Tað ber til at taka eina ella fleiri lærugreinar. Søk í góðari tíð. Lesandi við heimabúgvandi børnum undir 10 ár koma undir lestrarstuðulsreglugerðina um heiltíðarlestur, um tey lesa í minsta lagi 20 tímar um vikuna. Tað ber eisini til at vera sjálvlesandi. Tilmeldingarfreistin er í februar, og próvtøkan er í mai/juni. Sjálvlesandi kunnu fáa vegleiðing í upp til 3 tímar frá læraranum í lærugreinini. Kvøldskúlin bjóðar nakrar lærugreinar, ofta tær vanligu ískoytislærugreinarnar, t.d. støddfrøði. Harumframt hava miðnámsskúlarnir tilboð um ískoytislesnað, sum tað ber til at taka um kvøldarnar. ÍSKOYTISLESNAÐUR UMVEGIS NETIÐ Ein annar møguleiki fyri ískoytislesnaði í Føroyum er at vera fjarlesandi, td. í Danmark. Nærri kunning fæst á www.vucflex. dk, ella www.vuc.nu.
r Le gg lærugrei na í ði bæ t af tu ra Føro yum og sum fj ar le st ur.
ÍSKOYTISLESNAÐUR Í DANMARK GSK er fyri tey, ið skulu skoyta upp í miðnámsútbúgvingina við einari ella fleiri lærugreinum fyri at lúka upptøkukrøvini til eina hægri útbúgving. Les meira her: http://www. gsdanmark.dk/.
hjá GSK. Sí meira á www.su.dk, har tú eisini søkir SU.
SU Til ber at søkja um SU til stutt ískoytisskeið hjá GSK. Fyri at fáa SU krevst at tú hevur í minsta lagi 16 tímar undirvísing um vikuna, og at ískoytisskeiðið ikki varar longri enn 12 vikur. Tú nýtir ikki SU-klipp til hægri útbúgving, meðan tú fært SU
LUTTAKARAGJALD Undirvísingin hjá GSK er ókeypis, um tú byrjar í seinasta lagi tann 1. oktobur tvey ár eftir, at tú ert liðug/ur við tína miðnámsútbúgving. Umsøkjarir, ið byrja seinni enn hetta, skulu gjalda fyri undirvísingina sambært reglurnar fyri stakgreinaundirvísing.
UMSÓKNARFREISTIR Ískoytisskeið um summarið: 5. juli. Ískoytisskeið um heystið: 15. august. Ískoytisskeið um várið: 1. desembur.
Kostnaðurin er hin sami um alt landið. Fyri umsøkjarar til GIF er undirvísingin ókeypis. GG! Luttakaragjaldið er kr. 450 fyri hvørja lærugrein. DTU (Danmarks Tekniske Universitet í Lyngby) hevur eisini serlig ískoytisskeið – les meira her: http:// www.adgangskursus.dtu.dk/Uddannelse/Suppleringskursus.
!ølnir 2016 | 89
LESTRARHJÁLP
Málslig fyrireikingarskeið NAVN Holger Arnbjerg STARV Lestrarvegleiðari, á Altjóða Skrivstovuni Altjóða Skrivstovan www.ask.fo Teldupostur: ask@setur.fo
Studni veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar í ikki-ensk#alandi londum Stuðulin verður í fyrstu atløgu veittur sum lán til skúlagjald og lán til livikostnað. Til skúlagjaldið verður veitt lán, tó vanliga í mesta lagi kr. 20.000. Skúlagjaldið umfatar bert útreiðslur, ið hava beinleiðis við lesturin at gera. Til livikostnað verður veitt lán. Lánsupphæddin, ið verður veitt hvønn mánaða, er mánaðarliga studningsupphæddin, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum. Stuðulin verður í mesta lagi veittur í 6 mánaðir, men er talan um heilt fremmant mál, kann stuðul veitast í upp til eitt ár. Tað serliga við hesi skipan er, at um tú, innan 15 mánaðir eftir at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fert undir hægri lestur á lærustovni, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum, verða lánini umløgd til studning. Umleggingin verður framd, eftir at tú hevur tikið próvtøkurnar á fyrsta lestrarári í útbúgvingini. TREYTIR Fyri at verða heimilað til studning eru niðanfyristandandi krøv til málsligu fyrireikingarskeiðini: 1. Skeiðini skulu vera málsliga førleikagevandi til hægri lestur. Hetta merkir, at luttøkan á skeiðnum ella tann endaliga próvtøkan á skeiðnum er á einum tílíkum støði, at tú nært tann málsliga førleikan,
90 | !ølnir 2016
ið skal til fyri at lesa á hægri lærustovni. Skjalprógv fyri at so er má viðleggjast umsóknini. 2. Skeiðini skulu vera fulltíðarskeið við í minsta lagi 15 tímum um vikuna. 3. Skeiðini skulu eisini góðkennast av Studna. MANNAGONGD Best er at søkja um stuðul, áðrenn farið verður á málsliga fyrireikingarskeiðið. Umsóknarfreistin er tó fyrst úti, tá skeiðið endar. Umsóknarblaðið ”Umsóknarblað til málslig fyrireikingarskeið” verður saman við skjalprógvum sent Studna. Her verður hugsað um skjalprógv fyri, at tú fært tann málsliga førleikan, ið skal til fyri at lesa á hægri lærustovni. Um umsóknin verður játtað, fært tú saman við játtanarskrivinum eitt skuldarbræv við eini upphædd, sum svarar til kostnaðin, ið Studni veitir í láni til skúlagjaldið og láni til livikostnað. Tað er henda upphædd, ið seinni kann verða umløgd til studning. Í fyrsta umfari rindar tú skúlagjaldið. Skúlagjaldsparturin verður útgoldin, tá skuldarbrævið og kvittanin fyri at skúlagjaldið er goldið, eru Studna í hendi. Livikostnaðarparturin verður útgoldin mánaðarliga. Kelda: www.studni.fo
Hvat er føroya frádrá#ur? NAVN Birita í Dali LESUR Master i Stjørnmálafrøði BÚSTAÐUR Grønland
Føroyafrádrátturin er ein serligur skatta-frádráttur ið kann játtast føroyskum lesandi í Norðurlondum, um ávísar treytir eru loknar. Frádrátturin er heimiðlaður í norðurlendsku skatta-avtaluni artikel 20 og tilhoyrandi protokol: lov nr. 190 af 12/03/1997, lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande. TREYTIR Høvuðstreytirnar fyri at fáa føroyafrá-drátt eru hesar: • at tú var búsitandi í føroyum, áðrenn flytingina til lestrarlandið • at uppihaldið í lestrarlandinum er fyribils í lestrarørindum • at tú ikki hevur eina útbúgving (kompetancegevandi) frammanundan • at tú ikki hevur uppihildið tær í lestrarlandinum í meira enn 6 mánaðir áðrenn lesturin byrjar ERU UNDANTØK? Tað eru undantøk frá treytini um at tú ikki má hava eina kompetancegevandi útbúgving frammanundan. Serliga har talan er um eina samanhangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru kompetance- gevandi. Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um undantøkini.
HVUSSU STÓRUR ER FØROYAFRÁDRÁTTURIN? Fyri ár 2008 er føroyafrádrátt- urin uppá 71.000 kr. í Danmark. Í hinum norðanlondunum er upp- hæddin ein onnur, so spyr á skattakontórinum í teirri komm- ununi, tú flytir til. Um tú bert er undir útbúgving ein part av árinum verður frá- drátturin lutfalsliga minni, tað vil siga, um tú t.d. flytur til Danmarkar 1. sep. og byrjar at lesa tá, fært tú ein frádrátt uppá 4/12 av teimum 71.000 kr., tí tá eru bert 4 mánaðir eftir av árinum. Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentu- frádrátt v.m. HVUSSU FÁI EG FØROYAFRÁDRÁTT? Tú skalt venda tær til skattamyndugleikarnar í komm-ununi har tú býrt. Í summum kommunum hava tey eina uttanlandadeild / specialligning sum umsitir føroyafrádráttin. greið frá: • at tú er føroyingur undir útbúgving • at tú hevur eina inntøku, sum tú søkir føroyafrádrátt (færøfradrag) til • at tú ætlar tær heim aftaná loknan lestur minst til: • at hava skjalprógv fyri at tú ert undir útbúgving við. lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv. • at føroyafrádráttur skal søkjast á hvørjum ári. !ølnir 2016 | 91
LESTRARHJÁLP
Ski$islestur NAVN Holger Arnbjerg STARV Lestrarvegleiðari, á Altjóða Skrivstovuni Altjóða Skrivstovan www.ask.fo Teldupostur: ask@setur.fo
UM TÚ FÆRT NOKTAÐ FØROYAFRÁDRÁTT Um skattamyndugleikarnir nokta tær føroyafrádrátt hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving. Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita um grundgevingin fyri noktilsi er røtt. HVUSSU LEINGI? Tú hevur rætt til frádrátt so leingi tú lesur og lestartíðin heldur seg innan fyri normeraðu lestrartíðini + 2 ár. KANN FØROYAFRÁDRÁTTUR NÝTAST TIL SU? Nei, føroyafrádráttur kann bert nýtast til arbeiðsinntøku. Tú kemur sostatt til at gjalda vanligan skatt av
92 | !ølnir 2016
SU. Sambært dupultskattaavtaluni kann føroyafrádráttur bert nýtast til inntøkur, sum koma undir heitið: ”Vederlag for tjenesteydelser”. SJÁLVUPPGÁVA OG FØROYAFRÁDRÁTTUR Sjálvt um tú hevur fingið føroyafrádrátt á forskudopgørelsen/ skattakortinum skalt tú minnast til at skriva føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna undir teigin: ”andre ligningsmæssige fradrag”. Annars fært tú ikki føroyafrá- dráttin við í ársuppgerðini og úrslitið verður ein skattarokning í staðin. Tað gongur sostatt ikki automatiskt.
UM TÚ IKKI FERT HEIM Høvuðstreytin fyri at fáa føroyafrádrátt er, at tú ert í lestrarlandinum fyribils í lestrarørindum. Tað merkir, at frá tí degi tú avgerð ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til føroyafrádrátt longur. Um tú gevst ella ert liðug/ur at lesa og gert av at verða í landinum, er ikki lógarheimild fyri at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, so vend tær til Ráðgevingina. Minst til ikki at nýta skatta-kort við føroyafrádrátti aftan á loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort. C
NORDPLUS Sum lesandi í Føroyum hevur tú góðar møguleikar at taka eitt skifti – vanliga ½ ár – í einum øðrum norðurlendskum ella baltiskum landi. Ætlanin við Nordplus-skipanunum er at styrkja norðurlendska-baltiska felagsskapin og samleikan við støði í søguligu, mentanarligu, demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum. Skipanirnar eru ætlaðar til undirvísing á øllum stigum. Endamálið við Nordplus Videregående er at styrkja flytføri og samstarv millum hægru lærustovnarnar hjá luttakandi londunum. Grønland, Áland og Føroyar luttaka á jøvnum føti við teimum fimm norðurlendsku og trimum baltisku londunum, sum eru við í Nordplus-skipanini. Tá tú fert avstað við Nordplus-skipanini, fært tú eitt ókeypis lestrarpláss og harafturat stuðul til ferð og uppihald. Lestraruppihald í Norðurlondum fara oftast ígjøgnum Nordplus-skipanina, sum er sett saman av fakligum netverkum. Um títt fak ikki hevur eitt netverk í Nordplus, kanst tú søkja um at fara ígjøgnum ‘Det tværfaglige netværk, Nordlys’. Spyr á www.setur.fo/ask – ask@setur. fo – Altjóða Skrivstovan. Mannagongdin kann vera hendan: Tú finnur eitt útbúgvingarstað og kannar møguleikarnar fyri at søkja inn til tað, sum tú kundi hugsað tær. Tað, sum tú søkir inn
til, skal vera góðkent frammanundan av tínum lestrarstaði, soleiðis at tín lestrartíð ikki verður longd, og títt útlendska lestraruppihald verður partur av tínum lestri. Les meira um Nordplus-skipanirnar her: www.nordplusonline.org ERASMUS – FYRI LESANDI Í ES- OG EBS-LONDUM Skiftislestur í einum øðrum evropeiskum landi? Hevur tú hug at taka ein part av tí útbúgving, ið tú ert farin í holt við, í einum øðrum landi í Evropa, so er vert at umhugsa Erasmus-skipanina. Erasmus-skipanin er partur av ‘Lívslong Læring’, ella “Lifelong Learning Programme” (LLP), ið er ein útbúgvingarskipan hjá ES. Við hesi skipan hevur Evropa Kommissiónin megnað at savna øll síni fjølbroyttu átøk innan útbúgving og upplæring í eina samlaða heild við heitinum: “The Lifelong Learning Programme”. Serskráin Erasmus er flaggskipið hjá ES innan hægri útbúgving. Skipanin eggjar lesandi og starvsfólkum á hægri lærustovnum at taka part av útbúgving síni ella at arbeiða á universiteti í øðrum ES-landi í eitt tíðarskeið. Talan kann m.a. vera um lesnað sum skiftisnæmingur, málskeið, intensiv skeið, fyrireikandi fundir, verkætlanarsamstarv og umbýti av lærarum og øðrum starvsfólki. Við Erasmus ber til dømis til at koma á eitt ókeypis lestraruppihald á útlendskum lærustovni í 3–12 mánaðir og at søkja námsstyrk á umleið 200 evrur til eykaútreiðslur um mánaðin.
!ølnir 2016 | 93
LESTRARHJÁLP
Treytin er, at lesturin á útlendska lærustovninum er partur av útbúgvng tíni á tí stovni, har tú ert innskrivað/ur, og at hesin lestur er góðkendur av fakulteti tínum frammanundan. Erasmus-avtalur millum ymisk universitet í Evropa eru vanliga tengdar at ávísum lærugreinaøkjum, so tí kunnu smávegis frávik vera frá lærugrein til lærugrein. Á onkrum fakulteti ber til at søkja um eitt Erasmus skiftisuppihald eftir einum ári, men í flestu førum skal ein hava lisið í minsta lagi tvey ár – og ofta longri enn tað – áðrenn ein kann fara í holt við skiftislesnað við hesi skipan. Skipanin er bert galdandi í ES-londum og londum, sum eru við í EBS-samstarvinum (EBS stendur fyri Evropiskt Búskaparligt Samstarv). Um tú ert áhugað/ur í hesi
skipan og ert lesandi á einum universiteti, ið er við í Erasmus-samstarvinum, so skalt tú seta teg í samband við Altjóða Skrivstovuna. Tey hava fastar mannagongdir við umsóknum o.ø hesum viðvíkjandi og drúgvar royndir við vegleiðing á økinum. Les meira um møguleikar, upptøkukrøv, luttakaralond, praktisk viðurskifti, royndir hjá øðrum, umsóknarfreist o.a. á: http://ec.europa.eu/education/lifelong-learning-programme/ erasmusen.htm KUNNU LESAND I Á SETRINUMÐ FARA ÚT Í HEIM VIÐ ERASMUS? Nei, ikki við Erasmus, men lesandi í Føroyum hava aðrar og góðar møguleikar at fara út í heim sum skiftislesandi. Vegna verandi støðu Føroya viðvíkjandi ES ber ikki til hjá lesandi á Fróðskaparsetri Føroya at søkja stuðul umvegis Erasmus-ski-
panina, men um tú ert lesandi í Danmark, Bretlandi ella øðrum ES- og EBS-landi, so ber til hjá tær at gagnnýta hesa skipan. Tó skal undirstrikast, at um lesandi á Fróðskaparsetri Føroya t.d. ynskja at taka eina lestrarhálvu (ella eina hálva lestrarhálvu) í einum øðrum landi á sama hátt sum ein Erasmuslesandi – t.e. sum ein góðskrivaðan part av tí útbúgving, ið tú ert innskrivað/ur á í Føroyum – so er hetta avgjørt ein møguleiki, ið er verdur at hava í huga og gagnnýta. Tosið við deild tykkara um hesar møguleikar, ella setið tykkum í samband við Altjóða Skrivstovuna. Søkjast kann um stuðul frá Studna til hetta endamál. Nærri upplýsingar um stuðul til skiftislestur fært tú á www.studni.fo.
Tak arbeiðsloysisstuðilin við tær Nú kanst tú søkja starv í Føroyum ella Danmark og fáa arbeiðsloysisstuðulin við tær. Sum arbeiðstøk/ur við rætti til arbeiðsloysisstuðul kanst tú frá fyrsta arbeiðsloysisdegi taka arbeiðsloysisstuðulin við tær úr Danmark til Føroya, ella øvugt, tá tú fert at leita eftir arbeiði. Tú kanst leita eftir arbeiði í upp til 3 mánaðir við rætti til arbeiðsloysisstuðul. Hesi rættindi fevna eisini um persónar, ið hava rætt til danskar dimittenddagpengar, millum annað føroyingar, sum eru limir í donskum a-kassa og hava lokið útbúgving.
!
Tað er týdningarmikið, at tú setir teg í samband við a-kassan í Danmark, áðrenn tú flytur til Føroya, ella ALS, um tú flytur til Danmarkar.
Tinghúsvegur 14 • Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn Tel +298 349 550 • Faks +298 349 551 • T-postur als@als.fo
94 | !ølnir 2016
!ølnir 2016 | 95
sansir.fo
Leita eftir starvi í Føroyum ella Danmark
Eik legatið - stuðlar tær í tíni útbúgving Ert tú undir útbúgving, kanst tú søkja um eitt legat sum stuðul til uttanlandsuppihald í beinleiðis sambandi við útbúgvingina. Útbúgvingin kann antin vera hægri bóklig ella yrkisútbúgving. Eik legatið er 15.000 kr., og verður latið upp til fýra føroyingum undir útbúgving um árið. Tvey legat verða latin ávikavist 1. juli og 1. januar á hvørjum ári.
sansir.fo
Umsóknarfreistin er ávikavist 15. juni og 15. desember.
Tú kanst søkja á eik.fo
Eik Banki P/F, Tel. 348000 eik@eik.fo , www.eik.fo