MFS
Myndin varð tikin til Ræst kjøtaveitsluna, ið nevndin skipar fyri á hvørjum árið.
KEYPMANNA HAVNARNEVNDIN HVØRJI ERU VIT?
Navn: Katrin Fríða Jógvansdóttir Lestrarland: Danmark Útbúgving: Løgfrøði á Københavns Universitet
Keypmannahavnarnevndin hjá MFS er í løtuni mannað av 18 fólkum, og í byrj anini av lestrarárinum er aðalfundur, har nýggj nevnd verður skipað. Arbeiðið hjá nevndini snýr seg í høvuðsheitum um at skipa fyri tiltøkum, bæði ymisk og afturvendandi, umframt at taka sær av vanganum á Instagram.
HVAT GERA VIT? Nevndin skipar fyri 3-4 tiltøkum hvørja árshálvu um evni, vit meta vera umráð andi, áhugaverd ella evni, sum vit meta, at ljós átti at verið varpað á. Tiltøkini í lestrarárinum 2016/17 hava fevnt seg um kommunuvalið í Føroyum, fiskivinnu nýskipan, kyn/leiklutir/abyrgd og ikki at gloyma væl umtóktu ræstkjøtaveitsluna og flaggdagshald á Regensen. Til tiltøk ini luttaka vanliga 50-120 fólk, og øll eru vælkomin til tiltøkini, ið oftast eru í Føroyahúsinum ella á Norðuratlants bryggjuni. Í ár hava vit eisini havt fleiri spennandi samstørv. Eitt nú hava vit samstarvað við Granskingarráðið og havt kunningartil
tak um stuðulsmøguleikar til tína verk ætlan. Harafturat tosa vit javnan við grønlendska lestrarfelagið Avalak, har vit geva íblástur til hvønn annan um, hvussu vit kunnu arbeiða fyri at gera lestrarlívið enn betri hjá føroyingum uttanlands. Vit samstarva eisini við hini lestrarfeløgini í Keypmannahavn fyri at hjálpa, tá spurningar um lestrarviðurskifti stinga seg fram og um Lestrargonguna, ið er eitt tiltak, har føroysk lesandi hittast og hugna sær.
KOM VIÐ! Um tú ert áhugað/ur at vera við í arb eiðnum hjá MFS í Keypmannahavn ella bara at hoyra meir um okkara virksemi, ert tú vælkomin á aðalfund í viku 36. Tíð og stað fyri aðalfundin verður kunngjørt á Facebook-síðu okkara. Til ber at fylgja okkum á Facebook-síð uni hjá MFS, og um tú hevur spurningar til okkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á: www.facebook. com/MFStudenta ella mfs@mfs.fo
Vit vóna at hitta tykkum skjótt!
LIMIR Í KEYPMANNAHAVNARNEVNDINI ERU: Katrin Fríða Jógvansdóttir, forkvinna | Guðrun Durhuus, næstforkvinna | Eirikur Høgni Sanderson, kassameistari Kristianna Dal Jákupsdóttir, skrivari | Ruth Winther Poulsen, Miðlafólk | Vár Fríða Egilsdóttir Broca, myndafólk Poula Lassen, Instagram | Guðrun Jacobsen, Torstein Jóhannes Fríðfinsson, Lív Egilsdóttir Olsen, Emil Biskopstø, Elin Sofía á Tjaldrafløtti Vestergaard, Brim Hildardóttir Hoydal, Silja Joensen, Tummas J. Danielsen, Bjørg Josephsen og Elsa Jónsdóttir Jóhansen
38