MFS
Rithøvundur:Barbara Gaardlykke Apol
FISKIVINNA FYRI DUMMIES UPPBOÐSØLA, FISKIDAGUR, KVOTA, STRÁÐMAÐUR, HÆGST BJÓÐANDI OG LÆGST BJÓÐANDI … HETTA ERU ORÐ, SUM HAVA FYLT MIÐLALANDSLAGIÐ TEY SEINASTU ÁRINI, MEN HVUSSU NÓGV FÆR „VANLIGI“ FØROYINGURIN Í ROYND OG VERU BURTURÚR? NÚ TÁ IÐ MINNI ENN EITT ÁR ER TIL, AT FISKIVINNAN SKAL NÝSKIPAST, SKIPAÐI FØROYANEVNDIN HJÁ MFS FYRI UPPLÝSANDI TILTAKI UM FISKIVINNU.
FISKI VINNA FYRI ØLL?
Á
heysti 2016 var alt á gosi í Føroyum, tí nú var loksi ns komi ð ál it út, og nú skuldi fiskivinnan í Føroy um skipast av nýggjum. Vit vóru fleiri í nevndini hjá MFS, ið vóru samd um, at vit ikki í nóg stóran mun skiltu, hvat gekk fyri seg og høvdu varhugan av, at tað vóru nógv onnur í somu støðu sum vit. Tí fóru vit undir at skipa fyri tiltøkum, ið skuldu greiða frá fiskivinnuni, hvussu hon er, hví hon skal broytast, og hvussu hon skal broytast. Hetta var eitt evni, ið er so týdningarmikið at skilja, at vit gjørdu av, at bæði nevndin í Keypmannahavn og í Føroyum skuldu skipa fyri sama tiltaki – við ymiskum fólkum, sum luttóku.
28
T
ankin handan tiltakið var, at fyrst skuldi formaðurin í nýskipanar bólkinum undir Fiskimálaráðn um, Johnny í Grótinum, greiða frá um fiskivinnu sum heild. Fyri síðan at skilja, hvørjar tær ymisku meiningarnar á økinum eru, bjóðaði MFS fýra framstandandi persónum innan fiskivinnuna at kjakast. Hesi vóru Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnu málum, Magni Laksafoss, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, og Hanus Hansen, reiðari. Tiltakið varð hildið í Smæruni hjá Starvsmannafelagnum mikudagin 1. mars 2017. Orðstýrarin Djóni Højgaard
byrjaði kvøldið við at greiða stutt frá søgu ligu, politisku gongdini í fiskivinnuni í Føroyum fram til í dag. Johnny í Grótinum greiddi frá tilmæli hjá nýskipanarbólkinum, um týdningin av at hava eina skipan at umsita fiski rættindi, teir ymsu mátarnar at umsita, tilfeingisrentu og um fyrimunir og vansar við ymsu skipanunum. Kjakið, sum var seinasta innslagið á kvøldinum, var lívligt og hildið á einum siðiligum – men eisini áhoyraravinarlig um – støði. Áleið 150 fólk vóru til tiltakið, og til ber at síggja sjónbandaupptøku av øllum tiltakinum á heimasíðuni hjá MFS