Fjølnir 2019

Page 75

LESTRARLÍV

AT VERA LESANDI ER EIN SAMLEIKI. TEY FLESTU LESA Í FIMM, KANSKA SEKS ÁR. NÓGV HALDA TAÐ VERA BESTA TÍÐARSKEIÐ Í LÍVINUM. TÁ TÍÐARSKEIÐIÐ ENDAR, TÁ SAMLEIKIN SUM LESANDI KNAPPLIGA VERÐUR BURTUR, STANDA NÓGVIR SPURNINGAR ÓSVARAÐIR. SUMMI HALDA, AT TAÐ ER EIN FANTASTISK KENSLA. ONNUR HALDA, AT TAÐ ER EIN TÓM KENSLA.

T

ú ivast kanska í, um tú fært nakað arbeiði? Hevur tú spart nóg nógv sam­ an til at bíða eftir rætta arb­eiðinum? Tú vilt royna at búgva nøkur ár aftrat í Danmark, men vil eisini búgva í Føroyum? Tað hevur týdning at vita, at tað er munur á at búgva í Danmark og Før­oyum. Tað eru fyrimunir og vansar. At flyta innbúgv til eitt annað land kostar pengar. Um tú skalt flyta bil til Føroya, so kostar tað meira enn tú heldur. Tað er bústaðartrot í Føroyum. Ert tú til reiðar at flyta inn til foreldrini aftur? Arbeiðsloysið er lágt. Tað kann vera, at tú mást bíða nøkur ár eftir tínum dreymastarvi. Tá tað er sagt, so er sannlíkt, at øll í tín­ari familju búgva í Føroyum. Tað er fólka­vøkstur. Fleiri ung flyta heim. Kanska eru tíni vinfólk longu flutt heim eftir loknan lestur. Hevur tað týdning fyri teg at vera í sama landi sum tey, tú ert uppvaksin saman við? Hvussu við pengunum? Finn útav, hvar tú flýtur. Hvussu langt ert tú frá at keypa hús

ella íbúð? Mann plagar at siga, at tað er krav at hava 10% í eginfígging. Kanna húsa- ella íbúðarprísirnar har, sum tú vilt búgva og vita, um tú hevur 10% ella nær tú væntar at hava 10% í eginfígging. Tá finnur tú eisini útav, um tú vilt leiga ella keypa, um tú hevur uppsparing, lítla ella stóra skuld. Øll hesi viður­skift­ini eru góð at skriva sær niður. Tosa við tíni nærm­ astu um, hvat er gott at gera. Tað er eisini gott at fáa eina óhefta áskoðan frá tín­um kundaráðgeva í bankanum. Tað kann vera trupult at fáa pengarnar at passa, tá tú ert lesandi. Men klárar tú teg ígjøgnum útbúgvingina uttan lán og enntá við uppsparing, so ert tú væl á veg at fáa eina góða fíggjarliga byrjan á lívið eftir lestur. Minst til: Tað finst eingin pakkaloysn til tín, tá lestrartíðin er av. Kanna møgu­leikarnar í mun til tín tørv, ynski, mál og dreymar. Í síðsta enda eru avgerðirnar tínar.

Um Liljuna ›› 26 ár ›› Leiðari í Betri Ung ›› Arbeitt í Betri, síðan hon var 19 ára gomul ›› Hevur bankaútbúgving, leiðsluskeið og er í gongd við eftirútbúgving innan fíggjarliga ráðgeving

›› Býr úti á Rógvu í Vestmanna við makanum, Fríðálvi, og soninum, Ára ›› Skal giftast í juni mánað í 2019 ›› Spælir hondbólt við VÍF. Bleiv fyrstu ferð føroyameistari í kvinnudeildini í 2018 ›› Í 2015 skoraði hon 205 mál upp á eitt kappingarár, sum er met í kvinnudeildini. Nummar tvey skoraði 162 mál tað árið.

75


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.