Mbf bladid 2013 1 100835

Page 1

www.mbf.fo

BLAÐ NR. 1 – apríl 2013

Tema: Útbúgvingar­ møguleikar til ung við autismu

Ov fá tilboð í Føroyum Djóni gekk í góðum donskum skúla Bjørn Kalsø: Ein samfelagsskylda


Oddagrein MBF fegnast um, at løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk er sett í gildi frá 1. Januar 2013. Hetta er ein lóg, sum allir løg­ tings­limir atkvøddu fyri. Lógin fevnir um tiltøk, ið stuðla undir eitt virkið arbeiðslív hjá per­ són­um, sum hava ella kunnu fáa trupul­leikar við at varðveita til­knýtið Carita Björklund skrivar til arbeiðs­marknaðin. Lógin fevn­ir eisini um tiltøk, ið fyribyrgja av­leið­ ingar av lang­tíð­ar­frá­veru frá arbeiði vegna arbeiðsloysi, sjúku el.a. Tey, sum eru fevnd av hesi lóg eru m.a. persónar sum: orsakað av minkaðum arbeiðsførleika, tørva serligan stuðul fyri at koma í arbeiði og persónur undir 18 ár, sum, orsakað av likamligum ella sálarligum breki, uttan fyriskipan ikki kann væntast at kunna forsyrgja sær og sínum í framtíðini. Hetta er ein nýggj lóggáva, og kemur MBF at fylgja væl við, tí hetta er ein lóggáva, har tosað verður um møgu­leikar hjá tí einstaka, og vónandi verður møgu­leiki hjá nógv­um at fáa eitt virkið arbeiðslív, soleiðis at flest møgu­lig fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Arbeiðs­markn­ að­urin er eisini eitt sosialt rúm, har ein hevur møguleika at vera í dialog við onnur. Í Svøríki er gjørd ein umfatandi kanning, sum verður nevnd: Dörrarna stängs innan alla fått plats, og niður­ støðan av kanningini er hendan: För allas mänskliga rättig­heter och möjlighet att delta i samhället. Till­ gäng­lighet är en investering som lönar sig. Henda frágreiðing inniheldur nógvar útrokningar, sum allar vísa, at tað loysir seg fyri eitt samfelag, at fólk arbeiða tað tey kunnu. Tað at arbeiða, gevur eisini gott lívsvirði fyri hvønn einstakan. MBF hevur arbeitt við missión, visión, virðir og virkis­ ætlan fyri komandi árini. Í stuttum kann sigast at MBF skal arbeiða fyri, at øll skulu hava somu møguleikar í einum inkluderandi samfelag, og at Føroyar skal vera eitt gott land at búgva í, fyri fólk, sum bera brek. Tey høvuðs evni, sum MBF hevur valt at leggja dent á í ár er:

1. Miðnáms- og tænastuútbúgving, 2. Hagtøl sum lýsa støðuna viðvíkjandi børnum, ung­ um ella vaksnum, sum bera brek. 3. Restarbeiðsførleikin hjá fólk­um, sum bera brek og fíggj­ar­viðurskifti teirra, Harumframt arbeiðir MBF eisini við tí, sum annars stingur seg upp. Eitt av málunum sum MBF hevur arbeitt við, er atkoma í og úr flogførum. Tað er eingin ivi um, at tað hevði verið mest lønandi at gjørt ein arm úr nýggja terminalinum, tí at tá hevði talan verið um eina eingangs íløgu. Nú hetta ikki verður gjørt ella ikki letur seg gera, er eitt gott alternativ, at fáa ein bil, har møguleiki er fyri, at fólk og børur verða lyft upp til flogfarið. Tað er sjálvandi keðiligt, at hetta skuldi gerast tíðindi í ár 2013, tí flest øll høvdu roknað við, at hetta varð loyst í uppruna ætlanini. Í bóklinginum: Øll telja við, vísir tað seg at, at­komu­ møgu­leikarnir til arbeiðspláss í Føroyum, eru alt annað enn nøktandi. Henda kanning um vánaligar atkomu­ møgu­leikar, kom óvart bæði á okkum í MBF og á inn­ lendis­ málaráðið. Innlendismálaráðið er í ferð við at arbeiða við einari kunngerð, har, sum ætlanin er, at øll skulu kunna koma til øll arbeiðspláss. So hetta er ein kunn­gerð, sum vit bíða eftir í spenningi. Framstig henda tíbetur innan flest øll ráðini,men enn er langt eftir á mál. MBF kann eisini fegnast um, at innan vanlukkutrygging, er ein broyting komin í ár, har øll nú hava møguleika fyri at tekna sær eina trygging, bæði tey, ið bera brek eins og onnur, ið ikki bera brek. Eitt stórt mál, sum MBF kemur at arbeiða við í ár er ein skuggarapport viðvíkjandi ST- sáttmálanum, um rætt­indi hjá einstaklingum, sum bera brek. Skuggarapportin skal lýsa, hvussu ST- sáttmálin verður hildin. MBF kemur at gera sína skuggarapport saman við Danske Handikaporganisationer. Til seinast vil eg fegnast um, at Almannamálaráðið hevur gjørt brekpolitiskar grundreglur, sum eru at finna á heimasíðuni hjá ráðnum. Eg vil enda við at nýta byrj­ anina av hesum grundreglum, har høvundurin endur­ gevur hesi orðini hjá Stevie Wonder: „Vit eru øll evnagóð, munurin er bara hvussu vit gagnnýta tær gávur, sum okkum eru givnar“.

Útgevari: Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum – Íslandsvegur 10C – 110 Tórshavn – Telefon 31 73 73 – Fax 31 08 13 – t-postur:mbf@mbf.fo – heimasíða: www.mbf.fo – Skrivstovutíð: 10:00 - 15:00   Nevnd: Carita Björklund, forkvinna – Ruth Thomsen, næstforkvinna, umboðar rørslubólkin – Jensa Heinesen umboðar bólkin fyri medisinsk brek – Yvonna Hjaltalin, umboðar samskiftisbólkin – Sigrun Wardum, umboðar sálarlig/neurologisk brek  Ábyrgd: Nevndin  Lagt til rættis: Sp/f Rit&Ráð tel. 22 92 42  Prent, uppseting og liðuggerð: Føroyaprent – www.foroyaprent.fo – tel. 314 555 Loyvt er at endurgeva tilfar, ella partar av tilfari (myndir undantiknar) treytað av, at keldan verður upplýst Forsíðumynd: Tórfinn Smith


Brot úr blaðnum Atkoma hjá rørslutarnaðum:

Áheitanir frá MBF gera mun Kommunustýrið legðist ikki á ráðini frá MBF. Vegurin niðan á eggina varð skjótt asfalteraður, og góð girðing er sett upp

Til arbeiðis:

Eitt nýbrot Lógin um arbeiðs­fremj­andi tiltøk gevur fólki við skerdum arbeiðs­ før­ leika munandi betri møgu­leikar at gerast part­ur av arbeiðs­markn­aðinum

15 21 Atkoma hjá blindum:

Nógvar forðingar

12

Nógv kundi verið gjørt fyri smáar pengar so­ leiðis at blind og sjónveik fingu munandi lætt­ari atkomu ymsastaðni í býnum, sigur Ruth Thomsen, forkvinna í Føroya Blindafelag

MBF

|

3


ÚTBÚGVINGARMØGULEIKAR

Ein skúli fyri øll

ð i v i k n a t r u ð ó g – i d l a h i n n i m u l t í l ov

Orð og myndir: Tórfinn Smith

Hóast glottar eru at hóma er enn langt á mál til vit kunnu siga, at eitt nú børn og ung við autismu fáa nøkt­andi skúlatilboð í Føroyum. Tað sigur mamma at 14 ára gamla Ara sum, saman við familjuni, flytur av landinum at fáa soninum nøktandi skúlatilboð

4

Ari er 14 ára gamal við diagnosuni Infantil autisma. Átta ára gamal byrj­aði hann í 1. flokki í Hoyvíkar skúla, har hann fyrsta árið, saman við einum stuðli, var partur av einum van­ligum skúlaflokki. Í flokkinum var hann sjálvurannar næmingur við ser­ligum tørvi, og alt riggaði væl, soleiðis at bæði hann og floks­lær­ arin lótu sera væl at. Annað árið fekk hann nýggjan, ella rættari sagt nýggjar stuðlar, sum ørkymlaði hann al­ mikið. Eitt var tað, at hann ikki longur hevði hin eina og sama stuðul­in at halda seg til. Annað var, at allir stuðlarnir vóru ikki eins væl fak­ liga fyri at megna uppgávuna við næmingi við autismu. Triðja árið fekk Ari sín fyrsta stuðul við førleika innan autismuøkið, og tá vísti tað seg beinanvegin at at ganga nógv betri, og sama við huginum at ganga í skúla, men síðani er mangt og hvat broytt soleiðis, at nú er Ari ikki longur partur av sínum gamla flokki, men í serstovu saman við øðrum næmingum við serligum tørvi. Hetta hóvar ikki Ara altíð líka væl; hann trívist ikki væl, og kennir

| MBF

seg mangan einsamallan uttan vinir mill­um skúlafelagarnar. Soleiðis greiðir mamma hansara, Krista Oddsdóttir Brimheim frá um hesi skúlaárini hjá Ara í Hoyvíkar skúla. Hon heldur, at stóri trupul­ leikin er, at skúlin frá byrjan ikki hevur verið nóg fyrireikaður at taka ímóti næm­ingi við autismu, og hevur ikki havt nakra veruliga verkætlan fyri hvønn ein­staka næmingin, sum hevur ser­ ligan tørv, sum annars al­ neyð­ ugt er. Somuleiðis heldur Krista, at ikki eru allir lærararnir, sum eru um næm­ingarnar við serligum tørvi, eru eins væl fakliga fyri í so máta, og hava heldur ikki neyðuga fyri­reik­ing­ar­tíðina, at leggja sínar ætlanir fyri serligu undirvísingina, til rættis. Góð fyrireiking – Børn og ung við autismu eru krevj­ andi og hava ymiskan tørv, ynski og krøv, og tí eru eisini serligir skúlar skipaðir til teirra eitt nú í londunum uttan um okkum. Fólkaskúlar, har børn við autismu eru saman við øðrum næmingum, miðnámsskúlar

eftir sama leisti, eins og serligir skúl­ ar fyri børn. Grundleggjandi fyri fólk við autismu er, at dagurin má vera ógvu­ liga forútsigiligur og gong­ ur eftir eini neyvari og fast­lagd­ari ætlan, sigur Krista, sum leggur dent á stóra týdningin av at skúlin er væl og virðiliga fyrireikaður, tá takast skal ímóti einum nýggjum næmingi. – Tað er ikki nógmikið at fylgja barn­ inum í skúla fyrsta dagin og siga at hetta er tín skúli. Munandi meira fyrireiking skal til, sigur Krista. – Tað er alneyðugt at drúgt og neyvt samskifti frammanundan fer fram millum heimið, dagstovn og so skúlan, so hesin er fyrireikaður at taka ímóti barninum við serligum tørvi, og at ein ætlan er gjørd hvussu undir­vísingin skal fara fram. Hetta fyri at tilgongdin frá eitt nú stovni ella heimanífrá og til skúla verður so laga­lig sum gjørligt. Somuleiðis er av stórum týdningi, at øll í skúlanum, næm­ingar sum lærarar, hava kunn­ leika til, at her er ein næmingur við ser­ligum tørvi millum teirra, og at neyvt samskifti alla tíðina er millum heim og skúla, sigur Krista.


Júst hetta við inklusión leggur Krista sera stóran dent á, og tað gera tey eisini m.a. í Danmark, har Krista roknar við at fáa rætta undirvísingartilboðið til Ara. Krista, maður hennara Eilif, og Ari flyta tí til Danmarkar eftir summarfrítiðina, og til tess hava tey fyrireika seg væl

Skerjingar – Vit valdu at lata Ara fara í Hoyvíkar skúla tí vit høvdu varhugan av, at har høvdu tey ein hugburð um inklu­sión, – at skúlin var fyri allar næming­ ar, eisini teir við serligum tørvi, og at undirvísingin og tilrættaleggingin varð lagað eftir tørvinum hjá hvørjum ein­støk­um næmingi, sum hevur ser­ ligan tørv, sigur Krista sum mátti ásanna, at hesa uppgávu var skúlin ikki rættiliga til reiðar at lyfta, men hon gevur kortini ikki sjálvum skúla­ num alla skyldina fyri tí. Hvør ein­stak­ ur skúli má liva við teimum játta­num hann fær frá almenna myndug­leika­ num, og har verður dúgliga skert, og tað gongur m.a. útyvir játtan­

ina til stuðulstímar til næmingar og skeiðsmøguleikar hjá lærarum. Rætta skúlatilboðið Júst hetta við inklusión leggur Krista sera stóran dent á, og tað gera tey eisini m.a. í Danmark, har Krista rokn­ar við at fáa rætta undir­vísing­ar­ til­boðið til Ara. Krista, maður hennara Eilif, og Ari flyta tí til Danmarkar eftir summar­frítiðina, og til tess hava tey fyri­reika seg væl. Krista greiðir frá, at tey hava gjørt nógv fyri at finna júst tann rætta skúlan til Ara, og til tess er neyðugt at útgreina júst tað, sum Ari hevur brúk fyri. Hetta er eisini ynski frá donsku kommununi, tey flyta til.

Hetta av somu orsøk, soleiðis at Ari kann verða vístur til júst tann skúlan sum hóskar honum best. Fyri at útgreina undirvísingartørvin hjá Ara, hevur hann nú í longri tíð verið visit­er­að­ur á Sernámi. Krista sigur, at í Føroyum verða ikki eftir­ met­ingar gjørdar eftir at eitt barn av fyrstu tíð fær eina diagnosu. Í før­inum hjá Ara fekk hann staðfest diag­ nos­ una autisma tá hann var seks ára gamal, og nógv kann verða broytt til nú hann er 14, og av hesi orsøk eru nú bæði drúgvar og neyvar kanningar neyð­ ugar, soleiðis at skúlin, hann skal á í Dan­mark, er best møguliga fyri­reik­ aður at taka ímóti honum.

MBF

|

5


Á einum kjakfundi, sum Ráðið fyri Brekað skipaði fyri seinasta heyst, um útbúgving og brek, var eisini Krista biðin um at siga sína hugsan við støði í hennara royndum. Eitt av ynskjunum, hon førdi fram á fund­ inum var, at vit í Føroyum høvdu ein fólkaskúla til børn við autismu, ein miðnámsskúla til ung við autismu, og eitt næmingaheim knýtt at miðnámsskúlanum. Hon er í dag fegin um, at tað gongur rætta vegin, og at vón er fyri framman, men ásannar, at langt er eftir á mál.

heldur hon. Men hóast hesi átøk, sum nú eru í umbúna, velja tey at flyta til Danmarkar. Har eru longu til­ boð­ini, og longri tey bíða, nærkast tíðin til at Ari skal í miðnámsskúla. – Kanska hevði Ari fingið nøkt­andi undir­vísingartilboð her, kanska ikki. Vit hava so fyribils í hvussu er valt trygg­aru loysnina. Vit tora rætt og slætt ikki at taka kjansin, tí gongur longri tíð, og tað tá vísir seg ikki at rigga, verður skaðin stórur. Óvissan er ov stór, sum er, sigur Krista og heldur, at tað ber altíð til at koma heimaftur.

Ov stór óvissa – Sjálv velji eg at trúgva, at vit í Før­ oyum veruliga vilja, at her skal vera pláss og umstøður fyri øllum næm­ ingum, men einfalt er tað ikki, og tað tekur ivaleyst drúgva tíð til fyri­ reik­ingar og kostar nógvar pengar, men tilgongdin er byrjað av álvara,

Nøktandi tilboð alneyðug Hvørt ár eru nógv børn, sum fáa staðfest diagnosuna autismu, og ivaleyst enn fleiri sum í tannáringa­ aldri fáa tað trupult, verða kannað, og fáa staðfest at tey hava autismu. Somuleiðis eru ivaleyst aftur onnur, sum als ikki hava fingið tað staðfest.

Børn og ung duga ofta at fjala hetta. Tað byrjar ofta við at hesi børn kenna seg at standa uttanfyri felags­skapin og hava ilt við at fáa vinir, tí teirra javnaldrar halda hesi hava ein øðrvísi atburð, og verða tess vegna frávald ella velja sjálvi, at trekkja seg frá hinum, sigur Krista sum heldur, at hesi børn áttu at verið loftað áðrenn tað kemur so langt. Boðar eingin skúlanum frá at barnið hevur serligan tørv, skal lærarin hava sera góð eygleiðaraevni at síggja hvat áfatt er, og til tess er neyðugt at hann fær umstøður at luttaka á við­ kom­andi skeiðum. Førleiki lær­ar­ans er ein av grundleggjandi treytunum fyri at vit einaferð kunnu siga at vit hava ein skúla í Føroyum vit kunnu siga er fyri øll, sigur Krista, sum vónar at Mentamálaráðið, sum evsti myndugleiki, fer at gera alt fyri at tað hendir.


ÚTBÚGVINGARMØGULEIKAR

– Eitt skúlatilboð til ung við autismu áttu vit at havt í Føroyum, soleiðis at hesi kunnu læra eitt­ hvørt yrki so at tey sjálvi kunnu lívbjarga sær, sigur Marjun í Kálvalíð. Hon mátti ásanna, at hesin møgu­leikin var ikki í Føroyum, og tí fluttu tey til Dan­mark­ar, har sonur hennara Djóni, sum hevur autismu, fekk eitt nøktandi skúlatilboð.

Orð og myndir: Tórfinn Smith

Ein tílíkan skúla áttu vit at havt í Føroyum Eftir hálvtannað ár í Danmark eru tey nú komin heim aftur. Marjun í Kálvalíð er sera fegin um at tey tóku hetta stigið, hóast tey heldur enn fegin vildu verða verandi í Før­oyum, men tað bar ikki til. Beint sum tey vóru farin av landinum, hevði MBF-blaðið samrøðu við Marjuna, har hon greiddi frá hví tey leitaðu sær hjálp uttanlands. Ynski teirra var, at sonur teirra, Djóni, sum hevur autismu, skuldi fáa møguleika at útbúgva seg ella læra okkurt yrki, so hann kundi lívbjarga sær og fáa eitt virði­ligt lív. Djóni var tá 16 ára gamal og hevði ging­ið í vanliga fólkaskúlan

við stuðli í níggju ár í Mið­vágs-Sanda­víks skúla. Marjun lat sera væl at hvussu beina­som øll vóru við Djóna, men trupulleikin var, at eftir fólka­skúlan var einki tilboð. Tí var eingin annar møgu­leika enn at fara av landinum. Tey so gjørdu, og settu seg í sam­band við ein miðnámsskúla í Værløse á Sæ­landi, sum Marjun áður hevði hoyrt um. Byrjaði í smáum Hetta er ein skúli fyri ung við autismu, og sum byrjaði í smáum. Skúlin byrjaði í leigaðum hølum við slakari

MBF

|

7


millión í eginogn. Frá virkjum og stovnum fingu tey til vega borð, stólar og annað innbúgv, og við hjálp frá eld­sálum hevur tað eydnast at menna skúlan við til­ boð­um av mongum ymiskum slag. Marjun greiðir frá, at út­gangsstøði skúlans er, at alt ber til, er vilji til staðar. Á skúla­num gjørdu tey nógv við rørslu, heilsugóðum mati, tónleiki o.ø. og vitjaðu mangan søvn av ymiskum slag og luttóku í ymiskum tiltøkum. At kenna samfelagið At virka fyri at gera næmingarnar sjálvbjargnar var eitt av høvuðs­málum skúlans. Fólk við autismu hava brúk fyri at alt skal vera til­rættalagt framm­ Á skúla­num gjørdu an­ u ndan, – frá tey nógv við rørslu, morgni til myrk­urs, og tí byrjaði skúla­ heilsugóðum mati, tónleiki o.ø. og vitjaðu mangan dagurin eisini við at leggja dagin til søvn av ymiskum slag og rættis, og hesum luttóku í ymiskum tiltøkum lut­tóku næm­ing­ar­ nir sjálvir í. Næsta, sum var á skránni, var at lesa bløðini og fylgja við fjøl­miðlunum annars fyri síðani at greiða hvørjum øðrum frá tí, tey fingu burtur úr lesnaðinum. Enda­málið var at menna áhugan hjá næminginum fyri tí samfelag, hann livir í. Hvussu samfelagið í høvuðsheitum virkar og hvat rørir seg í samfelagnum. Marjun sigur seg vera sann­ førda um, at hetta hevur havt stóra jaliga ávirkan á Djóna sum eisini ger hansara gerandisdag ríkari.

Nú hava tey skrivað umsóknir til nøkur arbeiðspláss, fyrst og fremst í heim­bygdini Miðvági, og Marjun vónar, at tað fer at bera til at Djóni sleppur upp í part

sær arbeiði sum flest onnur, men í hvussu er at kenna á sær, at hann hevur eitt arbeiði at fara til, eins og felst Menna sosialar førleikar onnur. – Nú eri eg liðugur við skúlan, og so eigur man at sleppa til arbeiðis, sum Djóni sjálvur sigur. Skúlin gjørdi eisini nógv og ymiskt fyri at menna sosi­alu Nú hava tey skrivað umsóknir til førleikarnir hjá næmingunum og at vekja nøkur arbeiðspláss, fyrst og fremst í teirra áhuga fyri ymiskum. Tey gjørdu tí Føroyski fólka­skúlin heimbygdini Miðvági, og Marjun vónar, nógv við at fara til tón­leika­fram­førslur av hevði einki nøktandi at tað fer at bera til at Djóni sleppur ymiskum slag, tey spældu ymisk ljóðføri, skúlatilboð. Tí var upp í part. Og um tað so ikki verður gjørdu orkestur, høvdu framførslur fyri eingin annar møgu­ l eika í heimbygdini, er tað heldur eingin foreldrum, og ikki minst bara hetta at duga at hugna sær saman. enn at fara av landinum trupul­leiki, tí lættliga slepst við bussi, og tað megnar hann sjálvur. Okkurt Alt hetta gjørdi eisini sítt til at menna vart starv ella líknandi hevði komið væl við, sigur Marjun. sjálvsálitið hjá næm­ingunum. At klára seg sjálvan, m.a. at nýta bý­bussarnar, telefonina og annars alt vanligt ger­ Ynski um skúla í Føroyum andis­sam­skifti. Marjun greiðir frá, at á skúlanum lærdi – Mítt inniliga ynski er, at vit fáa ein líknandi skúla í Før­ Djóni eisini at súkkla, og tað hevur hann ikki gjørt áður, oy­um sum hann, Djóni var á í Danmark. Eg hugsi ikki men tað ger hann nú, bæði tá hann fer til handils ella um eina breyt á einum miðnámsskúla, tí mong av hes­ út at vitja fólk. um fólk­um eru ikki bókliga væl fyri, men ein serligan Vil sleppa til arbeiðis skúla, har fólk við autismu kunnu læra okkurt praktiskt, Marjun er sannførd um, at hetta hálvaannað árið á so tey sjálvi kunnu klára seg, sigur Marjun og leggur skúla­num í Danmark hevur givið Djóna almikið, bæði aftur­at, at fleiri av floksfelagunum hjá Djóna á danska so og so. Førleikar, sum hann ikki hevði frammanundan, skúla­ num, fingu arbeiði, – onkur á onkrari heilsølu, og sum gera sítt til, at hann nú, og munandi betri enn handli, bókasavni og tað vónar hon eisini fer at bera áður, er førur fyri á onkran hátt at sleppa upp í part á til hjá Djóna. arbeiðs­marknaðinum. Hann fer neyvan at kunnu átaka

8

| MBF


ÚTBÚGVINGARMØGULEIKAR

Nøktandi undirvísingartilboð

Ein samfelagsskylda

Orð og mynd: Tórfinn Smith

– Eg kann ikki siga, at vit fara at megna at veita øllum næmingum nøkt­andi tilboð, men tað eigur at vera málið, sigur Bjørn Kalsø, lands­ stýris­maður við menta­málum – Tess fleiri, ið kunnu fáa eitt nøkt­andi undir­vísingartilboð í Føroyum, tess færri noyðast at fara av landinum, sigur landsstýrismaðurin, sum vil virka fyri at fáa sett á stovn fleiri undir­vísingartilboð til eitt nú børn og ung við autismu. Bjørn Kalsø greiðir frá, at tá talan er um fólkaskúlan, er tað hvør ein­stak­ur skúli, sum skipar fyri til­boð­unum í sam­starvi við Ser­nám, sum umsitur teir tímar, sum eru til­lut­aðir næmingum við serligum tørvi. Tað eru skúlar, sum velja at hava næmingar við serligum tørvi í van­ liga flokkinum, og har hava stuðul afturat sær, og so eru aðrir skúlar, sum skipa serflokkar, m.a. Hoy­víkar-, Runa­víkar- og Ósá­skúlin, sum hava sertilboð til næm­ ing­ar innan autismuøkið. Menta­mála­ráð­ið hevur í sam­ starvi við Ser­nám og Venjingarskúlan skipað eitt ser­ligt undirvísingartilboð í Venj­ing­ar­skúla­num fyri næmingar við serligum tørvi, m.a. ið hava tilknýtis- og trivn­að­ ar­ trupul­ leikar, harav ein partur eru næmingar innan autismu­økið. Harafturat er Skúlin á Trøðni, sum virkar eftir serskúlalógini, sum eisini veitir undirvísing fyri børn við autismu. Landsstýrismaðurin sigur, at aftur­meld­ing­ arnar um tey ymisku tilboðini, eru eitt sindur ymiskar. Tað eru tey, sum lata sera væl at, og onnur, sum geva myndug­leikunum ábending um, at okkurt kann gerast betri, men í øllum førum eru hetta royndir at geva næm­ ing­um hóskandi tilboð í fólkaskúlanum. Økja um tilboðini Landsstýrismaðurin við menta­mál­um ásannar, at verri er vorðið við til­boðunum, skal næmingurin í mið­náms­ skúla. Nakrir teirra fara av land­ inum, tí teir fáa ikki nøktandi undir­vísingartilboð í Føroyum, og tað heldur Bjørn Kalsø vera sera óheppið, bæði tí at næmingurin

– Eg skilji ótolin foreldur sera væl, og haldi tað vera gott, at foreldur vísa á møgu­leikar. Tað eru jú tey, sum einabest kenna til dagligu avbjóð­ing­ar­nar. Sama við áhugafeløgunum, sum streingja á, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við mentamálum

má fara, umframt, at tað mangan er talan um, heilar familjur, sum kenna seg noyddar at flyta. Tað er eisini ein av orøkunum til, at skipaður verður ein serflokkur á Stu­dentaskúlanum í Hoydølum fyri næm­ ingar innan autismuøkið, sum byrjar í summar. Hesir eru næm­ing­ar, sum við ávísari hjálp kunnu fáa eitt vanligt studentsprógv.

MBF

|

9


– Tað er ein sannroynd, at fráfallið av næmingum innan autismuøkið, sum hava verið í vanligum flokkum, hevur verið rættiliga stórt. Tað kunnu vera ymiskar umstøður, sum hava verið orsøkin, og tí eri eg sera spent­ur uppá hesa royndina í Hoy­døl­um. Hetta er neyvan so mikið nøktandi, at øll fáa tilboðið, men í hvussu er ein byrjan, sigur Bjørn Kalsø. Serligar útbúgvingar Mentamálaráðið hevur eisini aðrar ætlanir á hesum øki. Bjørn Kalsø sigur, at tey eisini eru farin undir at fyrireika tað, hann kallar ser­liga til­rætta­lagdar útbúgvingar. Her hugsar hann um næmingar, sum ikki eru skikk­aðir til eitt fult mið­ náms­ prógv, men sum kortini skulu hava møgu­leika til at fáa eina serliga til­rætta­lagda út­búgv­ ing, sum gevur prógv, sum sigur, at næmingurin hevur eina útbúgving, sum gevur honum ávísar førleikar. Henda skipan, sum vit í Mentamálaráðnum nú eru við at fyrireika, er ikki ókend í granna­londunum. Samskipa Landsstýrismaðurin við menta­ mál­ um ásannar, at mangan kemur fyri, at ivamál standast av, hvat av teim­um ymisku Ráðunum eigur eitt ávíst mál, og tað ør­kyml­ar eisini for­eld­ur, sum verða send úr einum stað í annað. Tí heldur hann tað vera um­ráðandi at sam­skipa manna­gongdir, soleiðis at eingin dettur niður ímillum í um­sit­ingarligu og polit­isku skipanini. Hetta er ikki minst gald­andi, tá tað snýr seg um børn og ung við ser­lig­um tørvi, og sum hava brúk fyri eini saman­hang­andi máls­ gongd líka frá dag­stovni, í fólkaskúla og í mið­nám, fyri síðani at geva teimum eitt hósk­andi íbúðar­tilboð eins og tilboð á arbeiðs­marknaðinum. – Vit hava t.d. Rásina, sum er ein stovnur, har ungfólk búgva og fáa undirvísing, og sum helst eisini skal hjálpa hesum ungu at gerast virkisfør eftir førimuni, soleiðis at eisini foreldrini kunnu kenna seg trygg um framtíðina hjá teirra børn­um, sigur Bjørn Kalsø sum ásannar, at ynskiligt hevði verið, at vit høvdu fleiri tílíkar stovnar. Ein samfelagsskylda – Hetta er einki minni enn ein sam­felags­skylda, sum vit eiga at leggja alla orku í, men alt kemur ikki eftir einum degi. Eg skal ikki kunna siga, at vit fara at megna at veita øllum næm­ingum nøktandi tilboð, men tað má vera málið. Hetta skal eisini gera sítt til, at færri síggja seg noydd at fara av landinum. Tað kostar nógv at seta tílík tilboð á stovn, men er kortini at rokna sum ein góð íløga, heldur enn útreiðsla, tí tað ræður ikki minst um at gera næmingin sjálv­bjargnan, soleiðis at hann eina­ferð kann gerast ein partur av arbeiðs­markn­aðinum. Hann verður tá førur fyri at lata samfelagnum nakað aftur, og ikki at tala um, hvussu mikið hetta økir um lívsvirðið hjá hvørjum ein­støkum, sigur Bjørn Kalsø og slær fast, at málið er, at rúm skal vera fyri øllum.

10

| MBF

Førleikamenna starvsfólk Landsstýrismaðurin við menta­mál­um er sjálvur útbúgvin lærari, og sum nýútbúgvin hevur hann eisini roynt seg sum lærara hjá næm­ ing­ um innan autismuøkið, hóast hann onga serútbúgving hevði á tí økinum. Hann heldur, at tað eftir um­støðunum gekk rímiliga væl, men at tað kortini ikki er nøktandi, at lærari, sum ikki hevur serútbúgving innan økið, undirvísir børnum og ungum við serligum tørvi. – Vit hava útbúnar serlærarar til ser­ligan tørv, eisini innan autismu­økið, og lærarar hava eisini møgu­leika at fara á viðkomandi skeið, men um tørvurin allastaðni er nøkt­að­ur, skal eg ikki siga. Í øllum førum eru framstig hend í so máta, men sjálv­andi er neyðugt, at vit alla tíð­ ina hava fyri eyga at útbúgva og eftir­út­búgva lærarar, soleiðis at teir eru best møguliga førir fyri at undirvísa næmingum, sum hava serligan tørv, sigur Bjørn Kalsø. Førleikastovur Í fjør vórðu førleikastovur skipaðar á stóru og miðalstóru skúlunum. Tað eru lærarar við ymiskum ser­ út­ búgv­ ingum, sum fáa eyka tímar at virka í toymi, og sum skulu ráðgeva leiðsl­uni og øðrum lærarum í neyvum sam­starvi við Sernám. Ætlanin er eisini, at hesi toymini skulu ráðgeva teimum smærru skúlunum. Bjørn Kalsø sigur, at ætlanin er at styrkja hesar før­ leika­stovur soleiðis, at hvør skúli verður førur fyri at taka ímóti øllum næmingum frá fyrsta degi, skúla­ gongd­ in byrj­ar. Før­leika­stovur­nar skulu veita ráð­gev­ing, um serlig atlit skulu takast at onkrum næm­ingi, og hvat best er at gera í ein­staka førinum. Megnar skúlin ikki upp­gávuna einsamallur, er tætt sam­starv við Sernám, sum kann veita serliga hjálp og vegleiðing. Lands­stýris­ maðurin sigur, at skúlar hava víst á, at ov fáir tímar hava ver­ið latnir til endamálið, men hóast trongligt er fíggjar­liga, verður møgu­leiki at geva førleikastovunum betri umstøður til komandi skúlaár. Lands­stýris­maðurin heldur, at før­leika­stovurnar eisini verða ein góð hjálp hjá for­eldrum, hagar tey altíð kunnu venda sær. Áhugafeløgini neyðug Bjørn Kalsø roknar við, at breið polit­isk semja er um at skipa so nógv­ar út­búgvingar sum gjørligt her í Før­oy­ um, men tað tekur sína tíð. – Eg skilji ótolin foreldur sera væl, og haldi tað vera gott, at for­eld­ur vísa á møguleikar. Tað eru jú tey, sum einabest kenna til dag­ligu av­bjóð­ingarnar. Sama við áhuga­feløg­unum, sum streingja á. Tað er neyðugt, og vit ynskja at hava gott samstarv við bæði foreldur og áhuga­feløgini, sigur Bjørn Kalsø, lands­stýrismaður við mentamálum at enda.


ÚTBÚGVINGARMØGULEIKAR

Serligur pedagogikkur Orð og mynd: Tórfinn Smith

r a m r a k r i g i l r e s og

Á fyrsta sinni í Føroyum verður nú skipaður ein mið­nám­ skúla­flokkur, serliga ætlaður næmingum við Asperger ella Autismu. Tað er studentaskúlin í Hoydølum og Menta­málaráðið, sum hava tikið stig til hetta átak, sum byrjar eftir summarfrítíðina. Verkætlanin verður sett í verk í sam­ starvi millum studentaskúlan, Mentamálaráðið, Ung­dóms­psykiatriina og Sernám. Mikkjal Helmsdal, rektari á Studentaskúlanum í Hoy­ døl­um sigur, at skúlatilboðið er ætlað næmingum við Asperger og Autismu, sum eru skikkaðir at taka lut í tílíkari undirvísing og hava fakligu førleikarnir, soleiðis at teir fáa fakliga ágóðan av undirvísingini. Skúlatilboðið er skipað eftir sama leisti sum eitt nú á Høje Tåstrup Gymnasium í Danmark. Prógvið hesir næm­ingar fáa eftir loknan lestur er á sama støði sum eitt vanligt studentsprógv. Mikkjal Helmsdal sigur, at somu fakligu krøvini verða sett til hesar næmingar, men

at teimum verða veittir serligir karmar og ein ser­lig­ur pedagogikkur, ið skal hjálpa næmingunum at koma yvir teirra avmarkingar og at klára krøvini, ið undir­vísingin setur. Flokkurin er ætlaður til í mesta lagi tíggju næm­ ingar, og er hølið skipað bæði til felags undirvísing og soleiðis at næmingarnir kunnu arbeiða einsæris hvør við sínari teldu. Hetta nýggja skúlatilboðið setur eisini nøkur serlig krøv til lærararnar, sum fáa eina stutta útbúgving í pedagog­ ikki fyri næmingar við autismu, og fáa somueiðis stuðul frá Sernámi og psykiatriini. Harafturat verður skipað fyri nøkrum eyka tiltøkum viðvíkjandi toymisarbeiði og fyri­ reiking til lærararnar. Hvør næmingur fær eisini sín mentor. Tá freistin at søkja um upptøku í flokkinum var úti høvdu 9 ung søkt, og tískil verður flokkurin stovnaður, tí málið hevur verið, at ein flokkur verður stovnaður, um minst 5 skikkaðir næmingar eru.

MBF

|

11


ATKOMA HJÁ BLINDUM

Nógvar forðingar hjá blindum

Orð og myndir: Tórfinn Smith

Nógv kundi verið gjørt fyri smáar pengar soleiðis at blind og sjónveik fingu munandi lættari atkomu ymsastaðni í býnum, sigur Ruth Thomsen, forkvinna í Føroya Blindafelag – Tað kemur meira enn so fyri at myndug­leikarnir leita sær ráð hjá okkum og somuleiðis royna vit at gera vart við okkum tá ræður um at­komu­møguleikar hjá blindum og sjón­veikum, serliga her í høvuðs­stað­num. Hvørja ferð tykjast myndug­leik­ar­nir áhugaðir, men harfrá og til nakað ítøkiligt hendir, so lættari verður hjá blindum og sjónveikum at ferð­ast til gongu í býnum, er langur vegur. Tað tykir okkum sera harmi­ligt og lítið hugaligt at vísa á ymiskar møguleikar um alt bert endar í jaligum práti uttan nakað meira spyrst burturúr. Tað sigur Ruth Thomsen, for­kvinna í Føroya Blinda­ felag, sum m.a. nevnir rundkoyringina í R. C. Effer­ søes­gøtu við SMS og súkklu­breytina sum dømi. Tá var eisini Sjón­depilin ráðspurdur, men tað sást ikki aftur í enda­liga úrslitinum. Súkklu­breytin gjørdist ein breyt við einari striku sum skuldi vísa á, hvar tey súkklandi skuldu halda seg. – Hetta hjálpir mær, við mínum blinda­stavi og førara­ hundi, og øðrum í somu støðu, lítið, tí eg síggi ikki strik­ una, og hundurin hevur ikki skil á hvat hendan strikan merkir. Var heldur ein leiðlinja,- marsipanbreyð tey kalla, so var eingin trupulleiki hjá mær at vita hvar eg trygt kann ganga. Niðurslitnir gongubreytarkantar – Skal eg so av gongubreytini og eftir gongu­teiginum um R. C. Effer­søes­gøtu, í SMS ella Apo­tekið, er fyrsti trupul­leikin, at gongubreytarkanturin er so niðurslitin, at eg ikki veit nær eg fari av gongubreytini. Sama skilið uttan fyri Apotekið og SMS. Eingir gongubreytarkantar at halda seg til í almiklu bilaferðsluni sum har er, sigur Ruth og vísir á, at niður­slitnir gongubreytarkantar eru

12

| MBF

Ruth Thomsen heldur, at í mongum førum er ov lítið umhugsni sum ger seg galdandi, heldur enn nakað annað, sum ger tað óneyðuga trupult hjá blindum og sjónveikum og sum als einki hevur við pengar at gera

ein trupul­leiki víðahvar í býnum, so trupult er at vita nær tú er á eini gongubreyt og nær tú er á alfara koyribreyt. Ivaleyst vakurt men ópraktiskt Ruth sigur seg ikki ivast í at flísar og grótleggingin í miðbýnum talar til tað kreativa arkitektoniska eygað, men praktiskt er tað ikki fyri blind sum nýta stav, av teirri einføldu orsøk, at so mikið gloprut er, at stavurin í heilum hongur fastur. Hetta er iva­leyst eisini ein trupulleiki hjá fólki í koyri­stóli, heldur Ruth. Harafturat er gongu­gøtan


ein opin flata, har eisini bilar koyra, og eingin avmerking er sum sigur frá hvar fólk trygt kunnu ganga. – At bygningar og bygningslutir taka seg væl út, er ein fragd fyri eygað, men fyri okkum, sum eru blind ella sjónveik, er tað mangan ein trupul­leiki tá ov lítið verður hugsað um annað enn útsjónd. Eitt nú glashurðar til handlar ella skrivstovur. Hjá einum blindum ger tað ikki mun um hurðin er úr glasi ella øðrum tilfari, men hjá einum sjónveikum ger tað stóran mun. Ein sjónveikur kann brúka tað sum eftir er av sjónini, og til tess er nakað av kon­trastum neyðugt. Onkur frá­merk­ing á eini glashurð hevði hjálpt. Sama við trappum. Er eingin sjón­ ligur kantur á trapputrinunum, er tað ein stórur trupulleiki hjá einum sjón­veikum. Annar trupulleiki, hjá bæði sjónveikum og blindum í sambandi við trappur er, at handlistin endar ofta eini tvey trin áðrenn tú er komin niður á slætt, sigur Ruth. Framvegis vakurt fyri tey flestu men ópraktiskt fyri onnur. Býttisligur trupulleiki Ruth heldur, at í mongum førum er ov lítið umhugsni sum ger seg galdandi, heldur enn nakað annað, sum

ger tað óneyðuga trupult hjá blind­um og sjónveikum og sum als einki hevur við pengar at gera. Eitt dømi um tað eru teir sessir í bý­buss­unum í Havn, sum eru merktir til tey blindu. Ruth vísir á, at tað mest natúrliga, tá ein blindur ella sjón­veikur fer upp í ein buss, er at sessast nærmast dyrnar. Men í bý­buss­unum er neyðugt at fara upp trappur fyri at koma til hesar sessir. Ein býttisligur og óneyðugur trupulleiki, heldur Ruth. Á Landssjúkrahúsinum hava tey kortini hugsað um blind og sjónveik, tí har er leiðlinja bæði uttan um høvuðs­dyrnar og eftir gólvinum í komu­høllini. Sama frá Vesturkirkjuni og oman móti býnum, og tað fegnast Ruth eisini um og heldur, at soleiðis átti at verið gjørt nógva­ staðni. Alt kemur ikki um somu tíð, men hon heldur, at skilagott hevði verið at byrja í miðbýnum. T.d. at havt eina tílíka leiðlinju frá bussstaðnum í Steina­ túni og oman í miðbýðin, og har­frá til nøkur støð har flestu fólk ganga. Hetta er gjørt so manga aðra­staðni í londunum uttan um okkum. Til stóran bata fyri blind og sjón­veik og sum als ikki er til ampa fyri nakran, sigur forkvinnan í Føroya Blinda­felag.

MBF

|

13


ATKOMA HJÁ BLINDUM

Tekur ráðini til sín Í stuttari viðmerking sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, seg vera samdan í nógvum av tí sum Ruth Thomsen førir fram. Tað er bara gott at brúkarin eins og MBF vísa á ítøkilig viðurskifti, sum eftir teirra tykki kundu verið betri skipaði. Borgarstjórin hevur júst verið á fundi við MBF, har tey umrøddu ymisk viðurskifti at bøta um atkomumøguleikar ymsastaðni í høvuðsstaðnum. Eitt nú skráar, leiðlinjur til sjónveik og blind, rundkoyringar, og hvussu gongubreytir best verða gjørdar. Heðin Mortensen sigur, at kommunan fer at gera eina ætlan hvussu farast skal fram, og so verður farið til verka. Heðin Mortensen, borgar­stjóri í Havn, tekur fegin ráðini til sín

Orð og mynd: Tórfinn Smith

Stórur áhugi fyri felagnum

14

Eisini MBF luttók á Fólkafundinum, sum varð fyriskipaður í Hoyvíks­høll­ ini í heyst. Tað gjørdi meginfelagið saman við nøkrum av limafeløgum sínum. Hesi vóru: Heilafelagið, Hjarta­felagið, Alzheimerfelagið, Epil­ etik­arafelagið, Lymfødemfelagið og Javni. Diana Thomsen, skrivstovufólk hjá MBF, sum her er avmyndað á MBF-básinum saman við Yvonnu Hjalta­ lin starvsnevndarumboð í MBF, letur sera væl at tí stóra áhuga, sum fólk sýndu teirra bási. Hon sig­ ur, at tað er sera umráðandi at fólk flest verða kunnað um MBF og tey mál, felagið arbeiðir fyri, og hetta var so eitt frálíkt høvi til tess.

| MBF


ATKOMA HJÁ RØRSLUTARNAÐUM

Áheitanir frá MBF gera mun Borgarstjórar í Suðuroy eru fegnir um at fáa ítøkilig uppskot frá MBF um hvussu bøtast kann um atkomumøguleikar hjá rørslutarnaðum

Orð: Tórfinn Smith · Myndir: Eileen Sandá

MBF kundi eisini hugsað sær ein lágan betong- ella grótgarð, á parkeringsplássinum omanfyri Hvalbiareiði ella Fiskieiði, sum tað eisini verður kallað, eins og gjørt er á Norðbergseiði. Tað er enn ikki gjørt, men borgarstjórin sigur, at hann nú fer at taka málið upp aftur í bygdarráðnum. Myndin er frá suðuroyarferðini hjá Leilu.

Fyri stívliga tveimum árum síðani vitjaði táverandi for­ kvinna í MBF, Leila Solmunde, sála, allar bygdirnar í Suð­ur­oy fyri at gera sær eina mynd av hvussu stóð til við atkomu hjá rørslu­ tarnaðum. Sjálv segði hon um or­søkina til hetta átak vera, at oygg­in er ein sonn perla fyri fólk í koyri­stóli, av tí at tað við bili slepst tætt at vøkrum støðum við góðum út­sýni, og tískil eisini við koyristóli, og har­afturat lýkur Smyril øll krøv um atkomu, so lætt er at koma til Suð­ur­oyar at ferðast. Eftir vitjanina gav MBF út ein bókling, har ymisk atkomu­viðurskifti í hvørjari bygd vórðu umrødd. Um enda­ málið við bóklinginum segði felagið, at hetta var ein roynd at vísa

á hvussu nógv støð eru atkomulig, og hvussu okkurt smávegis kann ger­ast fyri at bøta um atkomu­møgu­ leik­ arnar. Endamálið er sjálvandi eisini at broyta hugburð, so tað í framtíðini er ein sjálvfylgja at hugsa, at ferðaupplivingar eiga at standast øllum fólkum í boði, skrivaði felagið. MBF-blaðið hevur nú sett seg í samband við borgar­ stjór­ ar­ nar í oynni fyri at frætta um kommunurnar hava tikið nakað av tí til eftirtektar, sum MBF førdi fram. Gott at MBF sigur frá Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalba, fegnast um at MBF vísir á tílík viðurskifti. Tað eru jú tey sum hava størri fatan og duga betri

at síggja tílíkt enn vit onnur. Og mangan skal lítið til fyri at bøta um at­komu­viðurskifti, sigur borgar­ stjórin. Hvalbiar kommuna fevnir um bygd­ir­nar Hvalba og Sandvík, har at­ komu­ møguleikar hjá rørslu­ tarn­að­um í mongum førum eru sera góðir. Tað vóru tó tvinni viðurskifti, sum MBF vísti á kundu verið betri, m.a. at einki alment vesi var sum var at­komu­ligt fyri øll. Síðani tá er eitt tílíkt vesi komið í Hvalba. MBF kundi eisini hugsað sær ein lágan betongella grót­garð, á parkeringsplássinum omanfyri Hvalbiareiði ella Fiski­eiði, sum tað eisini verður kallað, eins og gjørt er á Norð­bergseiði. Hetta fyri at ein koyristólur kann standa trygt har. Tað er enn ikki gjørt, men

MBF

|

15


ATKOMA HJÁ RØRSLUTARNAÐUM borgarstjórin sigur, at tey hava umrøtt tað á bygdarráðsfundi, og at hann nú fer at taka málið upp aftur. Umframt tey ynski, sum MBF hevði í Hvalba, er skrái gjørdur í sambandi við Roynhøllina, so har er nú eingin trupulleiki at koma innar. Fámjin rætta staðið Um tú sum koyristólsbrúkari skal koma tær tætt at náttúr­uni, er Fámjin rætta staðið, skrivaði MBF í bókl­ing­ inum, og vísir m.a. á løttu atkomuna í Prestgjónni, ella skalt tú oman á keiina, tí vegirnir eru slættir og góðir at koyra eftir við koyristóli. Í bygdini eru eisini tvey atkomulig almenn vesi. MBF hevur ført fram, at kirkjan kundi tó verið betri atkomulig, og ynskiligt hevði verið at atkoman í bygdarhúsið var betri. Eydis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjin ásannar, at hesar atkomur kundu verið lagaligari. Borgarstjórin sigur, at hesi eru ikki stórarbeiði, og áttu at kunna verið gjørd uttan størri hóvasták. Formliga er rætt at taka hesi mál upp við ávikavist kirkjuráðið og nevndina fyri bygd­ ar­ húsið og harnæst fyri bygdarráðið, sigur hon. Skrái gjørdur til Savnið Í Hovi er rættiliga nýtt savn, sum nevnist Fiskastovan ella Savnið á

Fámjin rætta staðið, skrivaði MBF í bókling­ inum, og vísir m.a. á løttu atkomuna í Prestgjónni, ella skalt tú oman á keiina

Mýru, og beint norðanfyri er fiska­ pláss. Vest­ ara helvt av húsinum, sum fyrr var handil, er nú savn, og hin helvtin kaffistova. Eitt sera áhuga­ vert stað at vitja helt MBF, men harmaðist samstundis um, at húsið var ikki atkomuligt í koyristóli. Men tað er tað síðani vorðið. Nú er góð­ur skrái gjørdur upp til dyrnar, og økið sunnanfyri er asfalterað, greiðir Delmar Tausen, borgar­stjóri í Hovi, frá. MBF harmaðist eisini um at einki alment vesi, atkomuligt fyri fólk í koyristóli, var í Hovi. Men tað er nú eisini gjørt í bygdaskúlanum. Hov er gomul víkingabygd har Havgrímur er grivin. MBF helt tað

Gamla kirkjan í Hovi er atkomilig fyri koyristólar. Upprunaliga stóð kirkjan á Kirkjukletti í Vági, og varð tikin niður og flutt til Hovs, tá vágbingar fingu nýggja kirkju.

16

| MBF

vera spell at hetta søguliga stað ikki var atkomu­ligt í koyristóli. Delmar Tausen ásannar, hetta er enn ikki gjørt. Gamla kirkjan í Hovi er atkomilig fyri koyristólar. Upp­ runa­ liga stóð kirkjan á Kirkjukletti í Vági, og varð tikin niður og flutt til Hovs, tá vágbingar fingu nýggja kirkju. Og so kann her leggjast afturat, at nýggi skúladepilin lýkur øll krøv til atkomu. Skjótir at taka við ráðum Í Sumba liggur væl fyri at vitja í koyristóli. Eitt nú er skúlin og kirkjan atkomulig fyri fólk í koyristóli, og sama er við almennum vesi, í kommunuskrivstovuni. Kendastu útsýnisplássinum har suðuri munnu uttan iva vera eysturi á Akrabergi og á Hestinum skamt frá Beinis­vørði. Av Akrabergi er frítt útsýni suður í hav til Munkin og Flesjarnar, og ógvusligt kann tað vera tá Røstin setir knyklar í brýr. Har slepst heilt út á eggina, men vegurin var heldur knortlutur, og tað helt MBF at komm­unan átti at gera nakað við. Og kommunustýrið legðist ikki á ráðini. Vegurin niðan á eggina varð skjótt asfalteraður, og góð girðing er sett upp, so fólk kunnu nú óttaleys njóta útsýnið yvir ytstu landoddar. MBF kundi eisini hugsað sær at atkomuligt varð við koyri­stóli av koyri­ breytini við Hestin og niðan á eggina,


Mynd: Tórfinn Smith

Kommunustýrið legðist ikki á ráðini frá MBF. Vegurin niðan á eggina varð skjótt asfalteraður, og góð girðing er sett upp, so fólk kunnu nú óttaleys njóta útsýni ytstu landoddar. Á myndini, Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu

har tú sær beint inn í Beinis­ vørð. Eyðbjørn Thomsen, borg­ ar­ stjóri í Sumba sigur, at hesin spurn­ ing­ ur hevur eisini verið um­rødd­ur í bygd­ ar­ráðnum, men enn er eingin avtala fingin við eigar­ ar­ nar av lendinum. So skjótt ein tílík av­tala var fingin í lag, roknar hann við at kommunan hevði gjørt hetta økið atkomuligt, tí ikki eru meira enn nakrir fáir metrar niðan á eggina. Kanska eitt arbeiði sum tiltakið „ung í arbeiði“ kundi tikið sær av. So hevði kommunan eisini sett eina girð­ing upp har, tí tað kann vera rætti­liga ógvusligt at hyggja út av egg­ini, sigur Eyðbjørn Thomsen sum heldur, at einki skeivt var í um MBF setti seg í samband við eig­ ar­ ar­ nar av lendinum og fekk eina av­talu í lag. Skjótt slepst út á tromina Vatnið er ein av náttúruperlunum í Vági, har eingin trupul­leiki er at ferð­ ast í koyristóli eftir asfalteraðu gøt­ uni kring vatnið, og líkalítið er nakar trupulleiki at rulla vestur á Vágs­eiði, kanska mest avmyndaða stað í land­

inum. Har vesturi kundi MBF hugsað sær ein slætta gjørdan, soleiðis at at koyristólur kann standa trygt og koma so tætt til sum gjørligt. Uppi á Eggjunum er frálíkt útsýni vestur í hav, norður við Suðuroynni eins og suður eftir móti Beinisvørði. Koyr­andi er heilt niðan á Eggjarnar,

nakrar fáar metrar frá sjálvari tromini. Í bóklinginum mælti MBF til at gjørd verður ein gøta niðan á tromina, so atkomuligt er við koyristóli. Dennis Holm, borgarstjóri í Vági sigur, at tey hava ítøkiligar ætlanir um at bøtu um atkomu ymsastaðni. M.a. er ætlanin at bøta um sjálva

Ætlanin er at bøta um sjálva koyribreytina niðan á Eggjarnar, og at asfaltera eina gøtu og gera eina girðing, so atkomiligt og trygt er at koma við koyristóli út á sjálva tromina.

MBF

|

17


ATKOMA HJÁ RØRSLUTARNAÐUM

– Ein sonn perla í Trongisvági er viðarlundin. MBF mælti til at bøtt verður um gøtuna fram við ósanum, soleiðis at møguliga verður at koyra eftir henni í koyristóli. Hetta arbeiði er júst liðugt, so nú er ikki nakar trupulleiki hjá fólki í koyristóli at ferðast har.

koyri­breytina niðan á Eggjarnar, og at asfalt­era eina gøtu og gera eina girð­ing, so atkomuligt og trygt er at koma við koyristóli út á sjálva tromina. MBF harmaðist um at søvnini í Vági, bæði Ruth Smith Savnið og Sjó­savnið, ikki vóru atkomulig, men hetta er ikki ein trupulleiki longur. Uttan um søvnini er prýtt, og gøta ger tað lagaligt at koma hagar. Nógv­ ar av gongubreytunum eru vána­ligar, og tað ger tað trupult at koyra við koyristóli, men nú hevur komm­unan gjørt fyrireikingar til at fáa hesi í rættlag, eins og arbeitt verður við at gera alment vesi, sum verður atkomuligt fyri øll. Vil finna hóskandi loysnir Porkerisbygd er bæði vøkur og slætt er at ferðast við koyristóli. Prýði­ligi skúlin lýkur øll krøv til atkomu fyri rørslu­ tarnað, og Porkeris bygdarog ment­ an­ arhús lýkur somuleiðis øll krøv. Sera vakra kirkjan í Porkeri, sum er hin elsta í oynni, kundi verið eina vitjan verd, heldur MBF, men hon er ikki atkomulig fyri rørslutarnað, og tað er bygdarsavnið heldur ikki, og tað heldur MBF vera stórt spell. Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeri sigur, at ein av trupul­leik­ unum við at bøta um at­komu­møgu­ leik­ ar­ nar til kirkj­ una er, at gravir

18

| MBF

eru kring alla kirkjuna. Harafturat hevur Fornminnisnevndin friðað alt økið uttanum, og tí kann einki ger­ ast uttan teirra samtykki. Mikkjal Sørensen sigur, at hann fer at seta seg í samband við kirkju­ ráð­ ið, so­leiðis at kommunan, saman við av­varðandi myndug­leikum, kann finna eina hóskandi loysn. At bøta um at­komu­møgu­leikarnar til bygd­ ar­ savnið heldur borgarstjórin ikki vera torført, og tað fer hann at tosa við nevnd­ina fyri bygdarsavnið um. – Tá MBF ger sær ómak at vísa á hvussu bøtast kann um atkomu fyri rørslutarnað, er ikki annað enn rímiligt at vit eisini gera okkara part, sigur borgarstjórin í Porkeri.

Ein atkomulig perla – Ein sonn perla í Trongisvági er viðarlundin ella plan­tasjan, sum hon eisini verður rópt. Tað ber til at spáka sær millum trøini og fólk í koyristóli kunnu koyra inni í henni, men tó er plantasjan ikki atkomulig allastaðni, skrivar MBF í bóklinginum, og mælir til at bøtt verður um gøtuna fram við ósanum, soleiðis at møguligt verður at koyra eftir henni í koyristóli. Kristin Mikkelsen, borgarstjóri á Tvøroyri sigur, at hetta arbeiðið er júst liðugt, so nú er ikki nakar trupul­ leiki hjá fólki í koyristóli at ferðast har. Framvegis er ikki atkomuligt hjá fólki í koyristóli at vitja á Sjó- og Bygdarsavninum, sum MBF annars kundi ynskt, og tað ásannar borg­ ar­stjórin á Tvøroyri, men hann sigur tó so mikið, at hann fer at tosa við fólk sum varða av savninum um at um­hugsa eina hóskiliga loysn. Sama sigur hann um atkomumøguleikar til almenn vesi. Eitt tílíkt er í høllini inni í Trongisvági, men býurin røkkur víða, og tað er ikki nóg mikið. Kristin Mikkelsen fer tí í næstum at taka hendan spurning upp at finna eina góða loysn á Tvøroyri. Annars er væl at­komu­ligt nógva­ staðni á Tvøroyri, m.a. í Seglloftið har eisini atkomuligt vesi er.

Porkeris bygd er bæði vøkur og slætt er at ferðast við koyristóli. Prýðiligi skúlin lýkur øll krøv til atkomu fyri rørslutarnað, og Porkeris bygdar- og mentanarhús lýkur somuleiðis øll krøv.


Á FLOG

Flogvallarlyftan kemur! Orð: Tórfinn Smith

Tað lovar landsstýrismaðurin

Johan Dahl, landssýrismaður, vónar og roknar við, at ein loysn fæst á málinum skjótast gjørligt, helst væl áðrenn nýggi terminalurin stendur liðugur.

Eftir at málið um atkomumøguleikar hjá sjúkum og rørslutarnaðum í drúgva tíð tóktist at mala í klingur og at eingin rættiliga vildi kennast við barnið, tók Johan Dahl, lands­ stýris­maður við vinnumálum, málið í sínar hendur. Helst tí at bæði Vága Floghavn og Atlantsflog eru undir hansara málsræði í landsstýrium. Johan Dahl sigur, at tað er ikki annað enn rætt og rímiligt at sjúk og rørslutarnað koma í og úr flog­ far­inum á ein virðiligan hátt, og tí hevur hann givið Atlantsflogi og Vága Floghavn boð um at finna

eina hóskandi loysn. Loysnin skal ikki verða fíggjað við brúkaragjaldi. Landsstýriðmaðurin sigur, at hesi arbeiða nú við málinum, sum iva­ leyst endar við at ein lyftibilur verð­ ur bílagdur. Johan Dahl vónar og roknar við, at ein loysn fæst á mál­ inum skjótast gjørligt, helst væl áðrenn nýggi terminalurin stendur liðug­ur. Og landsstýrismaðurin er heilt vísur í at ein loysn verður funnin? – Ja, 100 prosent!

Nýggj byggilóg skal tryggja betri atkomu

Orð: Tórfinn Smith

Treytir um góðar at­ komu­møgu­leikar verða nú settar til bygningar har fólk hava brúk fyri at koma fyri at greiða síni ørindi Nýggj byggilóg kemur í gildi 1. apríl í ár, og saman við hesi lóg ásetur lands­ stýrismaðurin nakrar kunn­ gerðir. Ein av hesum kunn­gerð­um snýr seg um atkomumøguleikar fyri øll, og við tí verður lagaligari eisini hjá fólki í koyristóli og rørslutarnaðum ann­ars at avgreiða síni ørindi. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður við innlendismálum sigur, at fyrst og

fremst verður hugsað um bygningar sum fara at verða bygdir, men ver­ andi bygningar eru kortini ikki undan­tiknir lógini ella kunngerðum. Í teimum førum verður mett um hvat er rímiligt og gjørligt. Kári P. Højgaard vísir á ta sann­ roynd, at verða nøktandi atlit tikin til at­komu longu tá ætlaða byggingin ligg­ur á tekniborðinum er ikki vist, at bygn­ingurin verður dýrari av teirri orsøk, men skal komast aftur­ um­ aftur, kann tað gerast bæði kostnað­ ar­mikið og tvørligt. – Bygningarnir á ytsta parti í Tinga­nesi eru gott dømi um bygn­ ings­verk, sum als ikki lýkur nútíðar krøv, har fólk í koyristóli ongan sum helst møguleika hava at koma innar og har heldur eingin møgu­

leiki er at gera nakað við, sigur lands­stýris­maðurin sum heldur, at nýggja lógin kann eisini gera sítt til eina hugburðsbroyting soleiðis, at fólk í størri mun veruliga fara at hugsa um atkomu í sambandi við bygg­ ing. Ein nýggjur hugburður, sum fleiri longu hava tikið til sín, tí mong dømi eru um at handilsfólk og onnur hava, av sínum eintingum, gjørt tiltøk, so atkomumøguleikarnir hjá rørslu­tarnaðum eru betri. Kommunurnar hava eftirlit við allari bygging, og tað verða tí tær, sum skulu tryggja, at øll bygging fer fram sambært byggilógini og kunn­ gerð­um, sum nú eisini áseta krøv til atkomu fyri rørslutarnað.

MBF

|

19


VANLUKKUTRYGGING

Nú kunnu ALLIR føroyingar tekna vanlukkutrygging

Orð: Tórfinn Smith

Eisini fólk, ið bera brek.Tað hava tey ikki áður havt møguleika til Herfyri boðaði Tryggingarfelagið Føroyar frá, at nú ber til hjá øllum føroyingum, eisini fólki, sum bera brek, at tekna vanlukkutrygging. Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, var hetta ikki møguligt í eitt nú grannalondum okkara. Fyri nøkrum árum síðani broytti eitt av stóru donsku trygg­ ing­ ar­ feløgunum mannagongd, soleiðis at eisini fólk, sum bera brek, kunnu tekna vanlukkutrygging. Onnur feløg fylgdu eftir, og nú eisini Tryggingarfelagið Føroyar. Helgi L. Petersen, deildarstjóri, sigur, at ST-sáttmálin um rættindi hjá fólki, ið bera brek, hevur gjørt sítt til hesa broyting.

Trygg­i ng­a rfelagið

Føroyar hevur við hesum givið ST-sáttmálanum ans.

– Vit í Tryggingarfelagnum

undan vanlukkuni. Skaða­ endur­ gjaldið verður latið í mun til, hvussu hin tryggj­aði er verri fyri enn hann var

frammanundan. Henda fakliga meting verður gjørd av uttanhýsis ser­frøð­ingum.

Fegin um, at vit nú kunnu bjóða øllum føroyingum vanlukkutrygging Deildarstjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar sigur, at tað var mangan svárt at skula sýta fólki eina van­lukku­ trygg­ing. Ikki minst at siga við eina familju, at vit kunnu

ikki tryggja øll børnini, tí t.d. eitt av børnunum bar brek. Hetta er meira enn so komið fyri, men tað ger tað ikki longur, og tað eru vit í Tryggingarfelagnum sera fegin um, sigur Helgi L. Petersen.

Hvussu mong nýggj viðskiftafólk Tryggingarfelagið

Før­oy­ar ynskja ikki at gera mun

nú kann fáa við hesi broyting dugir Helgi L. Petersen

hava vit nú gjørt tað soleiðis, at øll

gjørdar, tí hetta gera tey ikki við vinningi fyri eyga og

á, um fólk bera brek ella ikki. Tí

kunnu tekna van­ lukkutrygging. Megin­ reglan er, at um

ein van­lukka hend­ir,

ikki at siga. Ongar serligar fíggjarligar metingar eru rokna heldur ikki við teimum stóru fíggj­ ar­ ligu av­ leið­ ingunum av broyt­ing­ini.

– Tað týdningarmiklasta fyri okkum er, at vit nú kunnu

verð­ur út­gangs­støð­ið

veita øllum før­ oy­ ing­ um eina van­ lukku­ trygging og tað

hjá tí tryggj­aða var

Meira fæst at vita um van­lukku­trygg­ingina á trygging.fo

tikið í, hvussu støðan

gleðast vit um, sigur Helgi L. Petersen, deild­ar­stjóri.

– Vit í Tryggingarfelagnum Føroyum ynskja ikki at gera mun á, um fólk bera brek ella ikki. Tí hava vit nú gjørt tað soleiðis, at øll kunnu tekna vanlukkutrygging, sigur Helgi L. Petersen, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar

20

| MBF


TIL ARBEIÐIS

Eitt nýbrot fyri fólk við skerdum arbeiðsførleika Orð: Tórfinn Smith

Lógin um arbeiðs­fremj­andi tiltøk gevur fólki við skerdum arbeiðs­før­leika munandi betri møgu­leikar at gerast part­ur av arbeiðs­markn­aðinum – Heldur enn at hava ta einu lógar­greinina sum segði, „at tað almenna kann …“ hava vit nú eina lóg sum sigur júst hvussu vit skulu hjálpa, og hetta bøtir eisini um rættar­trygd­ina hjá borgarunum, sum kunnu síggja júst hvørji rættindi fólk hava, sigur Hallur Thomsen, deild­ ar­stjóri á Menningardeildini á Almanna­verkinum. Og afturat ver­andi stuðuls­møguleikum eru komin ein leið­ bein­araskipan, íverk­setara­stuðul og avtaluløn sum skulu gera tað laga­ligari hjá fólki við skerd­um arbeiðs­førleika at koma út á arbeiðs­marknaðin. Leiðbeinaraskipan Eitt hitt størsta frambrotið, sum nýggja lógin gevur møgu­ leik­ar til, er ein sonevnd leiðbeinaraskipan. Arbeiðs­før­ leik­in hjá einum, sum kemur út á eitt arbeiðspláss, kann vera so mikið avmarkaður, at arbeiðsgevarin ikki hevur orku ella umstøður til at geva viðkomandi neyðuga upp­ læring og vegleiðing. Nú hevur arbeiðs­gevarin møgu­ leika at fáa fíggjarligan stuðul til at lata eitt av starvs­ fólk­unum til uppgávu at læra og vegleiða við­kom­andi. Eingin avmarking er ásett hvat hendan vegleiðingin og hjálpin fevnir um. Tað kann m.a. vera at hjálpa honum ella henni við skerdum arbeiðsførleika, so viðkomandi á besta hátt trívist á arbeiðsplássinum, vegleiðing í arbeiðs­gongdini ella í sjálvari framleiðsluni. Hetta kann vera kostnaðarmikið fyri arbeiðsgevaran, sum hann nú kann fáa fíggjarligan styrk til. Hallur Thomsen sigur seg ikki ivast í, at hetta kann gera sítt til at arbeiðsgevarar í størri mun fara at lata fólk við skerd­um arbeiðsførleika fáa ein møguleika á arbeiðs­ pláss­inum. Tílíkar skipanir virka sera væl aðrastaðni,

MBF

|

21


og vit hava eisini longst eftir at fáa eina tílíka skipan í Føroyum, sigur Hallur sum heldur, at tey, sum eru ringast fyri, fáa ivaleyst størsta gagn av skipanini, tí tað eru júst hesi, sum hava størstu trupulleikar at koma í arbeiði.

vit um fólk, sum hava lítlan arbeiðsførleika, og hetta fer neyvan at taka arbeiði frá nøkrum. Hann heldur, at hetta er eitt rættiliga stórt frambrot, sum eisini Dugni hevur mælt til, og fer at við­virka til at Eitt hitt størsta frambrotið, hesi kunnu fáa meira inni­ hald í sum nýggja lógin gevur ger­andis­dagin.

Frambrot sigur MBF Í hoyringssvari til lógaruppskotið førdi møguleikar til, er ein MBF fram, at áset­ing­in um eina leið­ sonevnd leiðbeinaraskipan Størri játtan bein­ara­skipan er eitt frambrot, tí felagið og spard umsiting hevur mett, at stórur tørvur er á eini tílíkari skipan. – Vit vita at fráfallið Fíggjarmálaráðið er hevur verið stórt, og at tað í ávísum førum kann kennast eisini millum teirra sum hava sent Al­ mannaráðnum tungt fyri settu starvsfólkini eisini at átaka sær hesa hoyr­ings­svar. Fíggjarmálaráðið førdi fram, at talan er eyka uppgávu. At ein leiðbeinari nú burturav skal átaka um eitt sera týdningarmikið átak, ið kann vera við til sær uppgávuna at upplæra við­kom­andi persón skuldi at tryggja, at vit í Føroyum fram­hald­andi fara at hava tryggjað at fyriskipanin eydnast betur, førdi MBF fram. eitt lut­falsliga høgt tal av fólki á arbeiðs­marknaðinum í mun til flestu onnur lond. Fíggj­ar­málaráðið spyr hvussu Íverksetarastuðul mikið uppskotið, sum nú er vorðið lóg, fer at kosta, og Greiðar reglur eru nú ásettar í sam­ hvussu nógv arbeiðsorka skal til fyri at umsita nýggju bandi við íverk­set­ara­stuðul, soleiðis lógina. at fólk við skerdum arbeiðs­før­leika Til hetta sigur Greiðar reglur eru nú ásettar betri kunnu fara undir eitt­ hvørt Hallur Thomsen, vinnu­virki, og til tess fáa tey eitt at tey hava mett, í sambandi við íverk­set­ara­ rentu­frítt lán. Hallur Thomsen sigur, at tað skal meira stuðul, soleiðis at fólk við skerd­ at talan er ikki um tær stóru upp­ arbeiðs­orka til, ser­ um arbeiðs­førleika betri kunnu fara hædd­ir­nar, men hóast alt so mikið, liga í sambandi við undir eitthvørt vinnuvirki, og til at tað eigur at bera til at koma í virkis­venjing og upp­ tess fáa tey eitt rentufrítt lán. gongd við einhvørjum. Tá ein setir fylg­ing av mót­tak­arum eitt virki á stovn er oftast neyð­ugt av sjúkra­dag­pengum, við nøkr­um íløg­um, og tað gongur og til tess hava tey eisini sjálv­andi ein ávís tíð til at fyrstu krónurnar aftur rulla í fingið ein part av neyðugu orkuni við eitt sindur størri kassan. Tí er eisini møguleiki fyri at fáa eina forsorgar­ játtan. veit­ing upp til seks mánaðar, á sama støði sum tey Arbeiðsgevarar jaligir høvdu frammanundan.. Til tess at kunna, ikki minst arbeiðsgevarar, um nýggju Avtaluløn møgu­leikar í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, hevur Nýggja lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk gevur eisini lands­ stýriskvinnan í Almannamálum saman við Halli einum arbeiðsgevara møguleika til at avtala við tann, Thomsen, deildarstjóra, havt fundir ymsastaðni í land­ sum kemur í arbeiði, eina lægri løn enn hana, sum sátt­ inum. Hallur sigur, at lógin er enn so nýggj, at ilt er at málin sigur, um viðkomandi fakfelag góðtekur hetta. meta um hvussu undirtøkan verður, men hann hevur Hendan skipan er serliga ætlað teimum við hægstu fyri­ tó varð­hugan av, at arbeiðsgevarar fara at taka væl tíðar­pensión, og talan skal vera um fyrifallandi arbeiði í ímóti nýggju møguleikunum. Higartil hava tey bert møtt 15 tímar um vikuna. Hallur Thomsen sigur, at her hugsa jaligum útsagnum, sigur Hallur Thomsen.

22

| MBF


Alzheimerfelagið Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon nr. 283102, Teldupostur: sojo@lsh.fo Halldis Joensen, formaður, 213002 halldish@kallnet.fo

Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Teldupostur: hoyr@olivant.fo www.hoyribrek.fo Torkil Hansen, formaður, tlf: 222839

Autismufelagið Jørmund Foldbo Heiðriksmørk 26, Leirvík www.autisma.fo, www.asperger.fo Jørmund Foldbo, formaður, tlf: 509031 formadurin@autisma.fo

Cøliakifelag Føroya Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon nr. 282296, Teldupostur: coliaki@olivant.fo Marita Olsen, formaður, 282296 marita_o@olivant.fo

Felag fyri lesi- og skriviveik Íslandsvegur 10 c. 100 Tórshavn Telefon: 318867/441541 Teldupostur: mg2@olivant.fo Anna Karin Kjeld, formaður, tlf: 441541, 212222, kjeld@olivant.fo

Lymfødemfelagið Traðartún 6, 160 Argir Telefon nr. 225224 Eyðbjørg Djurhuus, formaður tlf: 311880 nicolina@olivant.fo

Deyvafelag Føroya Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 317597, fax 313609, Teldupostur:deaf@deaf.fo Ásmund Reyðberg, formaður, sms 583828, asmund@kallnet.fo

Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 310237, fax 444379, Teldupostur: gikt@gikt.fo / www.gikt.fo Anna Petersen, formaður, tlf: 421344, 258745, annaergo@olivant.fo

Nýrafelagið Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 217869 Erikka Elttør, formaður, erikkaelttør@gmail.com

Diabetesfelag Føroya Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 319508, 225012, Teldupostur: diabetes@diabetes.fo www.diabetes.fo Kristianna Rein, formaður, tlf: 315050, 225012 kristiana@rein.fo

Heilafelagið. Felagið fyri Apopleksi og Afasirakt Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon nr. 321520, Teldupostur: heilaf@olivant.fo Bjarne J. Pedersen, formaður, tlf: 314629 bj@kallnet.fo, 284629

Epileptikarafelag Føroya Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 313978 Randfríð Sørensen, formaður, tlf: 313978, randfrid@olivant.fo Føroya Astma/Allergifelag Íslandsvegur 10c, 100 Tóshavn Telefon: 311419, Teldupostur: astma@olivant.fo Bozena Rasmussen, formaður, tlf: 312378, Teldupostur: bozena@kallnet.fo Føroya Blindafelag Íslandsvegur 10a, 100 Tórshavn Telefon: 219908 Ruth Thomsen, formaður, tlf: 316755 ruththomsen@olivant.fo Føroya Psoriasisfelag Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 424179, Teldupostur: jsemma@kallnet.fo Majgun Poulsen, formaður, tlf: 424179, 259179, jno@polarseafood.gl

Hjartafelagið Postboks 3120, 110 Tórshavn Teldupostur: hjartafelag@hjartafelag.fo www.hjartafelag.fo, Jensa Heinesen, formaður, tlf: 313422 ÍSB Ítróttarsamband fyri brekað ÍSF-húsið, Gundadalur, Tóshavn Telefon: 317879/216760, fax 312421, Teldupostur: isb@olivant.fo/ www.isb.fo, Jógvan Jensen, formaður, tlf: 311985, egga@olivant.fo Javni Hoydalsvegur 40, ovast, Postsmoga 1133, 110 Tórshavn Telefon: 314827, fax 310557, Teldupostur javni@javni.fo www.javni.fo Sigrun Wardum, forðmaður, tlf: 514548

Parkinsonfelagið Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 313887, fax 353898, Teldupostur: kristiannamichelsen@ hotmail.com, Kristianna Michelsen, formaður tlf: 314940, www.parkinson.fo Sclerosufelagið Hallur Thomsen, formaður Undir Skorum 44, 825 Froðba, Telefon: 273053 Teldupostur: sclerosufelag@sclerosufelag.fo Heimasíða: www.sclerosufelag.fo Sinnisbati Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 322544 / 221644 Teldupostur:sinnisbati@sinnisbati.fo www.sinnisbati.fo, Spastikarafelagið Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon nr: 319027 Teldupostur: s-felagid@olivant.fo Sólrun Arabo, formaður, tlf: 314773, 229101, somo@olivant.fo Stoffskiftisfelagið Millum Gilja 111, 188 Hoyvík Anna Dahl-Olsen, formaður, tlf: 319161 ado@ft.fo, www.stoffskifti.com

MBF

|

23


Tað snýr seg um

tryggleika trygging.fo

Høvuðssamstarvsfelagi hjá ÍSF

Oyggjaleikir 2013


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.