MEGD blaðið

Page 1

September 2018

www.megd.fo

Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu:

MEGD kveikir Vágs kommunu

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu:

Meldursstaðurin Tórshavn

Jógvan Skorheim, borgar­­stjóri í Klaksvíkar kommunu:

Ágrýtni valdar í Klaksvík

MEG D |

1


Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu:

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu:

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu:

MEGD kveikir Framfúsin Ein víðfevnd Vágs kommunu Vága kommuna kommuna

4 Kristin Michelsen, borgar­stjóri í Tvøroyrar kommunu:

Her á fjørðinum

7

10 Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu:

18 Jógvan Skorheim, borgar­stjóri í Klaksvíkar kommunu:

Meldursstaðurin Ágrýtni valdar Tórshavn í Klaksvík

14

21

Útgevari: MEGD – Íslandsvegur 10c – 100 Tórshavn – Telefon 317373 – megd@megd.fo – heimasíða: megd.fo – Skrivstovutíð: Týsdag, mikudag og hósdag 10.00 – 15.00. Starvsnevnd: Tóra við Keldu, forkvinna – Hallur Thomsen, næstformaður – Malan Mohr – Randfríð S. Sørensen – Anna Petersen – Ábyrgd: MEGD – Lagt til rættis: Sonne Smith, journalistur – Prent, uppseting og liðugtgerð: Føroyaprent – foroyaprent.fo – Telefon 314555 – Loyvt er at endurgeva tilfar ella partar av tilfari ( myndir undatiknar) treytað av, at keldan verður upplýst 2

Forsíða: eydbii myndir Baksíða: Else | MEG D


2018 gjørdist árið, tá ið meginfelagið fekk nýtt navn og nýtt búmerki. Undir nýggja heitinum, MEGD, eru avbjóðingarnar tó júst tær somu, sum tær vóru undan navnabroytingini, og eyðsæð er, at miðvíst arbeiði áhald­ andi skal leggjast í at gera føroyska samfelagið meira fevnandi og mennandi fyri allar føroyingar. Saman við MEGD megna vit. Hetta er og verður okkara slagorð, og hóast slagorðið als ongar batar fremur í sjálvum sær, so eru tað júst møguleikarnir, sum slag­ orðið leggur dent á. Møguleikarnir, sum vit saman skapa til frama fyri nógvar føroyingar. Jú, saman kunnu vit sanniliga megna. MEGD vísir á grundleggjandi rættindi hjá einstak­ linginum í felagsskapinum, har hann megnar, um hann samstundis fær møguleika at trívast og at vera virkin, har hann sjálvur velur at vera. Tí hevur MEGD seinastu tíðina tosað við tær stóru kommunurnar í Føroyum. Ongantíð verður ov ofta víst á ta stóru ábyrgdina, sum kommunurnar hava, tá ið tosað verður um trivnað og møguleikar hjá øllum borgarum. Hóast vit vita, at eingin kommuna er komin á mál, og vit eisini vita, at eingin kommuna heldur kann gera allar neyðugar ábøtur í einum, so er tað umráðandi, at tær kenna sína ábyrgd og vísa hana í verki. Í blaðnum hesa ferð tosa seks borgarstjórar frítt og opið um, hvussu teir síggja avbjóðingarnar við atkomu. Her hevur tað týdning at undirstrika, at tað júst eru kommunurnar, sum geva loyvi, sambært bygningskunngerðini frá 2017, til nýbygging, tá ið bygningar skulu umbyggjast, nýt­ast til nýtt endamál ella setast í stand. Kommunurnar geva eisini nýtsluloyvi til eitt nú matstøð og kaffi­stovur, og kommunurnar góðkenna bygningar, áðrenn teir verða tiknir í nýtslu alment. Í hesum sambandi hava parkerings­ viðurskifti og atkoma til bygningar alstóran týdning.

Mynd: eybii myndir

Saman við MEGD megna vit Samstundis sum víst hevur verið á ábyrgdina hjá kommununum, er eisini orka løgd í at vísa landsins myndugleikum á teirra ábyrgd. MEGD hevur millum annað verið á fundi við landsstýrisfólkini um, hvussu arbeiðast eigur at verða víðari við niðurstøðunum hjá ST, sum vórðu kunngjørdar í 2014. Her hevur MEGD serliga lagt dent á, at • • •

í Føroyum kunnu hoyritarnað og deyv ikki fylgja við í føroyskum sendingum í KvF tørvur er á brekpolitiskari ætlan fyri Føroyar og eini menniskjarættindastovu fyri at seta grein 33 í ST-sáttmálanum í verk.

Koma vit á mál við hesum viðurskiftum, verður skjótari at koma uppaftur longri á leiðini, har onnur viðurskifti bíða. Eitt nú tørvar okkum ein sjálvsagdur hugburður, ið fevnir um allar borgarar, og sum als ikki góðtekur, at summir borgarar ikki fáa møguleika at vera við. Fyri at ávirka vanligan hugburð millum føroyingar arbeiðir MEGD við at fáa stuttfilmar gjørdar. Teir byggja á tær ymisku greinirnar í ST-sáttmálanum, har grund­ leggjandi rættindi verða staðfest. Í september í ár fer MEGD undir eitt átak við myndum. Tær skulu vera við til at broyta vanahugsan og broyta, hvussu føroyingar vanliga síggja hvør annan í teirri vón, at myndirnar eisini geva okkum ein vælkomnan møguleika at síggja, hvussu vit sjálv broytast við hesum. Her kanst tú vera við at gera mun. Góðan lesihug! TÓRA VIÐ KELDU forkvinna í MEGD

MEG D |

3


Orð og myndir: Sonne Smith

Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu:

MEGD kveikir Vágs kommunu Tað, at MEGD er til og varpar ljós á viðurskiftini hjá rørslutarnaðum í føroyskum kommunum, ber í sær, at kommunurnar taka málini um atkomumøguleikarnar hjá borgarunum í størri álvara

4

| MEG D


»

Vesini í Páls Høll eru vesir fyri øll: konufólk, mannfólk og rørslu­tarnað skuldu hava og hava somu møgu­leikar, og tað hava okur so hild­ið fast við.

Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, heldur tað vera eitt sindur flóvisligt, at ein miðil hjá MEGD skal vera tað, sum í stóran mun er atvoldin til, at kommunalir myndugleikar taka hesi viðurskifti í álvara. – Spurningar um almennar fasilitetir hava verið á mínari dagsskrá alla ta tíð, jeg havi verið politikari, sigur Dennis Holm, ið hevur verið borg­ar­ stjóri í Vági síðan 2013. Vágs kommuna gongur frá rulli­ portrinum í Klivunum uttan fyri Nes til rulliportrið í Ónavík, har markið er millum Vágs kommunu og Sumbiar kommunu. Her búgva eini 1.360 fólk.

Páls Høll rúmar øllum

Dennis Holm sigur, at síðan vág­­bing­ar fóru undir at gera Páls Høll, ið byrjaði sum verkætlan í 2010, var máttmikið fokus á, at tað skuldi vera nakað, sum allir borgarar kundu brúka. Páls Høll skuldi kunnað rúma øllum. Borgarstjórin leggur dent á, at tá brúktu vágbingar nógva tíð til at røða um, hvussu høllin við landsins einasta langhyli upp á 50 metrar skuldi verða innrættað við vanligum ves­um og vesum fyri fólk, sum bera brek. Hann held­ur, at onkursvegna hevur tann hug­burð­urin staðið við hjá honum sum borgarstjóri. – Við Páls Høll byrjaði tað prosjektið við, at vesini í Páls Høll eru vesir fyri øll: konufólk, mannfólk og rørslu­ tarn­að skuldu hava og hava somu møgu­leikar, og tað hava okur so hild­ ið fast við. Annars hevur kvøldskúlaskipanin í kommununi í mong ár havt pláss fyri svimjing fyri rørslutarnað fólk.

Tekniski leiðarin visti

Tá ið Dennis Holm varð borgarstjóri í 2013, hevði kommunan ein tekniskan leiðara, sum átti ein drong, sum sat í koyristóli, og tey brúktu rættiliga nógva orku til at fokusera uppá, hvussu atkoman skuldi vera hjá fólki. So hvørja ferð tey hava havt nøkur nýggj projekt, hava tey altíð havt tað við í handviðførinum. Tey fóru undir at gera gamla posthúsið í miðbýnum í Vági til eitt fólksligt stað við bókasavni, kunningarstovu og kaféøki, og tey tryggjaðu sær, at ein skrái varð gjørdur, so at øll kundu sleppa inn og út. Tað var heilt tilvitað, at tey gjørdi henda skráa, so tað bar til at koyra inn. Har er eisini vesi til fólk, sum bera brek. Í vár var MEGD suðuri í Vági, og Dennis Holm, borgarstjóri, heldur, at tey, sum umboðaðu MEGD, vóru sera fegin um tað, tey høvdu gjørt við gamla posthúsið.

Marghøllin eftir sama leisti

Henda sama ætlan tók Vágs býráð upp, tá ið Marghøllin varð sett á skránna tíðliga í 2017. Tey vildu halda fast við tann leistin, ið var lagdur fyri Páls Høll í sambandi við atkomumøguleikar hjá øllum. – Upp á sama máta sum við Páls Høll vilja okur, at vesini eru atkomilig hjá øllum borgarum, og tað er so gjørt, sigur Dennis Holm. Hann sipar til, at ein lyfta er tøk í Marghøllini hjá øllum at brúka. Marghøllin hevur venjingar fyri fólk, sum íðka ítrótt – fótbólt og renning og annað – men eisini fyri teir sonevndu „race runners", sum eru fólk, ið kappast á súkklu.

Kommunan savnar seg um, at fólk skulu hava allar neyðugar at­komu­ møguleikar. Tey eru rættiliga tilvitað um, at tá ið kommunan gjørdi plattin við borðum á stólum vesturi á Eið­ inum í Vági, syrgdi hon fyri, at eisini fólk í koyristóli sleppa upp á pallin.

Náttúruperlurnar

Vágs kommuna hevur í sambandi við ferðavinnuna lagt stóran dent á at­komu­møguleikarnar hjá øllum til tað, sum Dennis Holm rópar „náttúru­ perlur". Hann sipar til ta sannroynd, at Suðuroynni trýtur ikki sínar víðagitnu „náttúruperlur". Vesturi á Eiðinum í Vági er atkoma hjá øllum, eisini hjá teimum, sum sita í bili, at síggja Vágseið í øllum sínum veldi. – Tað haldi jeg, at fólk hava verið óalmindiliga glað fyri, heldur borg­ ar­stjórin, sum eisini er fegin um at kunn­gera, at ein kikari er settur upp uppi á Eggjunum, og kommun­an hevur fingið loyvi frá hagastýrinum at gera eina gøtu niðan á staðið, har sum millum annað kikarin stendur. Saman­umtikið verður ruddað slóð fyri, at eisini rørslutarnað sleppa at njóta nátturuperlurnar. Ein onnur náttúruperla í Vági er Vatnið. Her er snøggað og gjørt rundan um, so at tað er atkomandi hjá øllum, og mong fara sær ein túr rundan um Vatnið, bæði lokal og fremmand.

Leila Solmunde gekk undan

Í einum faldara hjá ferðavinnuni verð­ ur Suðuroyggin umrødd sum ferða­ vinnumál hjá rørslutarnaðum. Her vísir Leila Solmunde á tað ser­staka við Suðuroynni, at oyggin hevur eitt

MEG D |

5


annað skap enn til dømis Norð­ur­ oyggjar. Í Suður­oynni er lutfalsliga lágt, og her er lut­fals­liga atkomandi eftir vegi til allar nátt­úru­perlurnar. Leila Sol­m­unde helt, at tað átti at verið meiri atkom­a ndi vesturi á Eiðinum í Vági og uppi á Eggjunum. Úrslitið av tí, sum Leila Solmunde mælti til, er, at tað er gjørt, og tað fegnast Vágs kommuna um. Leila Solmunde varð fødd á Tvøroyri í 1962. Hon doyði í 2012 í Havn bara 50 ára gomul. Leila Sol­ munde var forkvinna í Giktafelag Før­ oya í 16 ár og somuleiðis í MBF í átta ár. Hon var eisini nevndarlimur í Dugna í átta ár. 18 ára gomul fekk hon stað­fest liðagikt, sum hevði við sær, at hon kom at vera bundin at koyri­stóli ein stóran part av lívinum. Hon var sera virkin og vird fyri sítt arbeiði á handikapppolitiska økinum. Um Ítróttarháskúlan í Suðuroynni er at siga, at hann sambært Dennis Holm tíverri ikki er gjørdur fyri fólk, sum eru rørslutarnað, tí hetta er eitt heilt annað slag av ítrótti, her fólk eru ótrúliga virkin kropsliga. Tað til­ boðið er altso ikki beinleiðis ætlað rørslutarnaðum – enn, men kemur ein fyrispurningur um atkomuna hjá rørslu­tarnaðum í sambandi við ítrótt­ar­há­skúlan, verður spurningurin

6

| MEG D

tikin upp til viðgerðar. Ítróttar­háskúlin er spjaddur um fleiri ymisk støð og hølir, so sum útgangspunkt er hann ikki gjørdur soleiðis, at rørslu­ tarnað fáa íðkað ítrótt har. Matar­ stað­ið hjá Ítróttarháskúlanum er í Stóra Pakkhúsi, kommunan eigur undir­vísing­arhølini, og hann brúkar natúrina og ítróttaranlegg í Vágs kommunu til sítt virksemi. Ellis- og røktarheimið Hamragarð­ur í Vági varð tikið í nýtslu í 2011. Heim­ið er bygt eftir teimum forskriftunum við lyftu og atkomu hjá rørslu­tarnað­um. Heimið er eitt landsprojekt, so har liva tey upp til tey krøv, sum har eru.

Gamal skúli

Vágs skúli er í tveimum pørtum. Tann eldri parturin varð liðugur í 1951, og tann nýggjari parturin varð tikin í nýtslu í 1979. Dennis Holm sigur, at av onkrari løgnari grund hevur mann ikki hugsað rørslutarnað inn í hesa skúlaætlan frá hálvfjerðsunum, men soleiðis var tað yvirhøvur tá, ikki bara í Vági, men í øllum landinum. Kortini hevur skúlin lagað seg eftir teimum avbjóðingum, sum eru, so skúlin hevur havt fyrilit við næmingum í koyristóli til dømis. Tað vil siga, at atkomandi er hjá teimum uttanfyri í hvussu so er. Kommunan arbeiðir

støðugt við eini ætlan um, at øll skulu kunna flyta seg millum hæddirnar í skúlanum. Í nýggja partinum verður røtt um trappulyftu, og í gamla partinum er lyfta.

Nýggjar gongubreytir

Vágs kommuna er nógv fríðkað síðan ta døpru kreppuna í hálvfemsunum. Nú eru allar tær fyrr so illa farnu gongubreytirnar gjørdar av nýggjum, og skráar eru gjørdir allastaðni, so at fólk sleppa framat bæði við barnavogni og koyristóli. Dennis Holm sigur, at so hvørt tillagingar og dagføringar verða framd­ a r í verki á kommunalum stovnum í Vági, verður lagt upp fyri at­komu. Til dømis er kamping- og tjald­pláss við køksfasilitetum og tveim­um handikappvinaligum brúsum og vesum gjørt vesturi á Eiðinum. – Ein partur av tí snýr seg um hugburð, so at tá ið tú gert nakað við plássið, so ger tað innbjóðandi, sigur borgarstjórin í Vági. Mamma hansara er úr Vesturjútlandi, har tey hava orðafellið: Tú geislar tað, tú ert. Sær tað ræðuligt út, so er tað við vissu einki serligt, men sær tað gott út, so er tað sannlíkt gott.


Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu:

Orð og myndir: Sonne Smith

Her á fjørðinum Tað er nokkso vanligt enn tann dag í dag at hoyra fólk í Tvøroyrar kommunu siga um plássið: „Her á fjørðinum", millum annað tí, at Tvørafjørður fevnir um ta størstu kommununa í Suðuroynni, Tvøroyrar kommunu, sum er Tvøroyri, Trongisvágur, Froðba, Ørðavík og Ørðavíkarlíð við sínum 1.760 borgarum Sambært seinastu løgtingssamtyktini um byggireglugerð, eru nøkur krøv, sum kommunurnar skulu halda í sambandi við alment virksemi, og byggimyndugleikin kann eisini, um tað er okkurt stórt, sum privat krevja, at byggiharrin heldur reglurnar um eitt nú atkomu, serliga hjá fólki, ið bera brek, eftir skráa og til vesi. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at tað eru økir í land­ inum við heilt nógvum persónum, ið bera brek, men á Tvøroyri eru tey í teirri „hepnu“ støðu, at til dømis í barna­garðinum inni í Trongisvági er einki barn, ið skal brúka koyristól. – Og fert tú í skúlan, so hava okur heldur einki barn, sum brúkar koyri­ stól, meðan onnur økir í landinum hava fleiri, sigur borgarstjórin.

40 ára gamalt mynsturbyggjarí Tveir skúlar eru í Tvøroyrar komm­

unu, annar har úti á Tvøroyri – nýggi skúli tey rópa – frá 1975 og hin inni í Trongisvági. Skúlin har úti er í fleiri hæddum, og í sambandi við, at har var ein næmingur fyri nøkrum árum síðan, sum brúkti koyristól, er ein lyfta gjørd. Tað skal bera til hjá øllum at koma upp og niður og aftur og fram í skúlanum, og tann avbjóðingin er lutvíst loyst við hesi lyftini. – Tíbetur hava okur ikki fingið brúk fyri henni aftur, men hon er so tøk, sigur Kristin Michelsen. Skúlin og ítróttarhøllin í Trongis­vági ganga ímóti teimum fjøruti ár­unum, men kortini varð alt gjørt handi­kapp­ vinaligt alt fyri eitt longu fyri fjøruti árum síðan, so ítrótturin í kommununi er væl fyri, hvat atkomuligheit viðvíkur. – Tað er eitt mynsturbyggjarí, sum bleiv gjørt har inni tá í tíðini. Borgarstjórin á Tvøroyri samanber mynsturbyggjaríið inni í Trongisvági

við skúlan har úti á Tvøroyri. Skúlin har úti hevur gamaní eina lyftu, men har inni varð alt klappað og klárt við handikappvesum og skráum. Har vórðu so at siga øll krøv lúkað frá fyrstan tíð. Fyri nøkrum árum síðan bygdi Tvør­ oyrar kommuna ein ítróttardepil við Stórá í Trongisvági. Hesin depil lúkar eisini tey krøvini um handikappvesi og atkomu hjá fólki í koyristóli. – Tað er í stórum tað, sum komm­ unan hevur bygt, sigur Kristin Michelsen.

MEGD er støðugt kunnað

Barnagarðurin hjá dagstovninum Mýri­fípuni vestanfyri vøllin við Stórá í Trongisvági er atkomiligur í koyri­ stóli, men hann er ikki útgjørdur við handi­kappvesi, men hann verður so um­bygdur nú, og nýggjur verður

MEG D |

7


bygdur aftrat, og alt tað verður tikið við í tí nýggja barnagarðinum. – MEGD hevur í nógv ár støðugt verið í Suðuroynni og vitjað og vitað, um broytingar og tílíkt eru. MEGD, sum fyrr æt MBF, var í Suður­ oynni í fjør heyst, og tá hevði komm­ unan akkurát gjørt eitt so øgi­liga fínt vesi í skrivstovubygninginum hjá komm­ununi, og kirkja og samkomu­ hús hava yvirhøvur gjørt tað atkomu­ ligt, og borgarstjórin heldur, at rætti­ liga nógv er gjørt í kommununi til frama fyri atkomuligheitina hjá skúla­ børnum og barnagarðsbørnum á Tvøroyri.

Ætla at byggja nýggjan skúla

Tvøroyrar kommuna arbeiðir við at byggja nýggjan skúla. Í hesum sam­bandi skal støða takast til, um tann nýggi skúlin skal byggjast úti á Tvør­oyri ella inni í Trongisvági, so longri er tann ætlanin ikki komin, men eingin ivi skal vera um, at ein nýggjur skúli í kommuni fer sjálv­

8

| MEG D

andi at lúka øll krøv í sambandi við atkomu hjá øllum. Borgarstjórin sigur, at kommunan hevur havt fólk til at hyggja upp á møguleikan fyri at byggja uppí verandi skúla har úti á Tvør­oyri. Tá ið tað er greitt verður støða tikin til, um bygt verður har úti ella har inni. Tann avgerðin verður tikin, tá ið barnagarðurin væntandi er liðugur um eitt gott ár. – Tá er tað skúlin, ið stendur fyri tørni, og tá má mann hava tikið eina avgerð um, hvar skúlin verður stað­ settur. Í sambandi við at eingin svimjihylur er í teimum báðum nýggju stóru skúl­ unum í Havn, Skúlanum við Løg­ manna­breyt og Skúlanum á Argja­ hamri og einaferð í tíðini nýggja skúl­ an­um á Fløtum er at siga, at Tvøroyri fekk svimjihyl longu í trýssunum. – Svimjararnir her hava altíð verið framúr við nógvum heiðursmerkjum, hava ligið á odda við hesum lítla dunnu­hylinum, sigur borgarstjórin, sum ikki fjalir út yvir, at tað gongur

vist tann vegin, at Suðuroyggin verð­ ur ein kommuna fyrr ella seinni.

Fýra fólkaatkvøður

Kristin Michelsen sigur, at Tvøroyri hevur havt fýra fólkaatkvøður um komm­unu­samanlegging. Lands­ stýrið skipaði fyri einari, og Tvøroyri hevur skipað fyri trimum, og allar fýra ferð­irnar hevur verið greiður meiriluti fyri samanlegging. Í 2004 søktu Tvør­ oyrar og Sumbiar kommuna um at sleppa at leggja saman. Fólkaatkvøða var í Sumba, og meiriluti var fyri at leggja saman, men landsstýrið vildi ikki, tí landafrøðiliga skuldi tað ikki lata seg gera, men samstundis loyvdi landsstýrið at leggja Mikladal saman við Klaksvík við havi ímillum. Í 2005 var eisini fólkaatkvøða um at leggja Vág og Tvøroyri saman. Tað var sam­bært Øravíkarskjalinum, ið er til skjals, og til valið í 2008 varð ein­ mælt samtykt á Tvøroyri og meiriluti í Vági, at Vág og Tvøroyri skuldu verða ein kommuna. Tað gekk heldur ikki.


» Vágbingar vildu hava miðnáms­ skúlan, sum nú stendur í Hovi, at vera í Vági, og á Tvøroyri tóku tey fult undir við ætlanina hjá landsstýrinum um at byggja skúlan og byggja ellis­ heim í oynni, men kommunurnar vildu sleppa at gera av, hvar hetta felags byggjaríið skuldi staðsetast. Tvør­ oyrar og Vágs kommunur høvdu felags fund og tóku undir við, at mið­ náms­skúlin skuldi vera í Vági, og at tað skuldi verða ein kommuna í 2008.

Sjálvandi ein kommuna

Í mínari verð skuldi oyggin øll langt síðan verið løgd saman í eina kommunu Sjey umsitingar

Kristin Michelsen heldur tað vera heilt burturvið, at sjey umsitingar skulu vera í Suðuroynni. Í tanka er tað sum at hava sjey missiónshús í oynni, og tað er brúk fyri einum. Tað stóri, stásiligi og fult atkom­ andi mentanarmiðdepilin á Drelnesi í Líðini á Tvøroyri, SALT, er ein sjálv­ sagdur felags mentanardepil. Í Vági stendur Páls Høll, Marghøllin og ítróttarskúlin. Ætlar tú til dømis tú at flyta til Suð­

ur­oyar at búgva, eru allar komm­ unur­nar har suðuri úti eftir at fáa teg at búgva í teirra kommunu, tí tann ein­asta inntøka, sum kommunurnar í Suð­ur­oynni hava, er sambært borg­ar­ stjóra­num á Tvøroyri, inn­tøku­skatt­urin. Var Suðuroyggin ein kommuna, kundi tað gjørt akkurát tað sama, hvar í oynni tú búði, og tú hevði fingið gagn­nýtt allar felags atkomandi bygn­ingar og fasilitetir annars. Tað er sum skilst í hvussu er eitt sera atkomuligt sjónarmið.

– Í mínari verð skuldi oyggin øll langt síðan verið løgd saman í eina komm­ unu, sigur Kristin Michelsen og sipar til, at í Vági er ein 50 metrar langur hylur, og tann gamli skúlahylurin upp á 25 metrar hevur verið frálíkur. Tað man Pál Joen­sen, ið hevur lagt navn til Páls Høll, vera besta dømi um. Sambært Krist­ini Michelsen hevði oygg­in, um hon varð skipað í eina felags komm­unu, verið rættiliga væl fyri, ikki minst við at brúka allar felags fasilitetir í oynni við full­fíggjað­ ari atkomu fyri øll. – Tekur tú Runavík, er eingin svimji­hylur har – enn, so jeg haldi, at við tí eru okur væl fyri. Veruleikin er, at allir suðuroyingar brúka teir frálíku svimjifasilitetirnar í Vági, og summi brúka framvegis ein av landsins elstu svimjihylum, tann á Tvøroyri, sum er 12 metrar langur og varð gjørdur við spann fyrst í trýssunum. Einaferð í fýrsunum var farið at leka um flisarnar í svimji­ hylinum í gamla skúlanum á Tvøroyri. – So fóru okur niður – tað var um tað mundið, tá ið allir flisarnir í svimji­ høllini í Klaksvík vórðu útskiftir fyri nógvar milliónir – ja, okur funnu eitt danskt firma, sum legði ein tjúkkan dúk inni í hylinum á Tvøroyri, og hann hevur hildið síðan. Álitið hjá Suðuroynni í øllum veðri er Smyril, og her umborð er atkomandi hjá fólki, ið bera brek

MEG D |

9


Orð og myndir: Sonne Smith

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu:

Framfúsin Vága kommuna Vága kommuna fylgir sjálvandi øllum teimum byggisamtyktunum, sum lógarkrøvini seta, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri, í kommununi, ið fevnir um bygdirnar Slættanes, Vatnsoyrar, Miðvág og Sandavág við umleið 2.000 fólkum

10

| MEG D


»

Miðstaðarøkið í Sandavági er nakað serligt, tí tað liggur sum mong onnur øki í bygdini í nokkso góðari hædd.

Tá ið ein kommuna hevur lógarkrøvini at halda seg til, so syrgir hon fyri, at atkomuvegir, trappur, skráar, gáttur, breidd, longd og hædd umframt øll mát halda tey ásettu krøvini. Eyðdis Hartmann Niclasen er av Tvøroyri, so hon sigur, beinleiðis endurgivið: – Tað kunnu okur í stóran mun saktans reypa okum av, tí okur hava allar treytir lúkaðar á teimum nýggju stovnunum og í tí nýggja skúlanum hjá okum, og annars tað, sum okur umvæla innan. Hon sipar til sjálva býráðs­skriv­ stovuna, har ein skrái slóðar fyri hjá til dømis teimum, sum sita í koyristóli. Haraftrat hevur kommunan inni á býráðsskrivstovuni fingið sær eina lyftu, sum ikki er ein elevatorur, men ein lyfta. Henda lyfta er sera hent hjá starvsfólki, ið hevur trupulleikar av eitt nú gikt. Borgarstjórin er fegin um at kunna siga, at í Vága kommunu eru tey atkomuvinalig fyri øll, ið hava ampa av at koma upp ígjøgnum trappur ella sama hvat.

Raðfesta dagføring

– Tó so – tað ljóðar øgiliga flott alt hetta her – hava okur gamlar bygn­ ingar, sum ikki eru so væl dagførdir. Eyðdis nevnir ungdómshúsið, bæði tað í Sandavág, sum kanska verð­ ur renoverað, og tað aktuella ung­ dóms­húsið, sum stendur í Mið­vági, og sum verður brúkt nú. Hetta ung­ dóms­h úsið, sum er tann gamla reyða kommunu­skriv­stovan í Mið­ vági, er ikki serliga handi­kapp­vin­a­ ligt, tí har er ein trappa, sum gongur upp á loft, men tá ið tú kemur innum hurð­ina, skalt tú trína upp um eina gáttu. Gáttan er um­væld mest sum

av tilvild, tí hon hevði ein skaða, ið skuldi gerast aftur. SÍF-húsið, sum er húsið hjá Sanda­vágs Ítróttarfelag á Vall­oyrini (leik­vøll­inum) í Sandavági, kundi havt betri vesifasilitetir. Hurð­in er kortini nóg breið at koma inn um í koyri­stóli, men trappan er illa at­kom­ andi hjá koyristóli, og hetta eigur at verða bøtt um, sigur borgar­stjórin í Vága kommunu.

Frálík miðstaðarøki

Miðstaðarøkið í Sandavági er nakað serligt, tí tað liggur sum mong onnur øki í bygdini í nokkso góðari hædd. Skalt tú trilla, ella hvussu tú annars ert fyri, so er lætt at koma runt. Fólk, sum bera brek hava sum skilst ongar stórvegis trupulleikar at koma fram í miðstaðarøkinum, tí her eru hvørki trappur ella brattar brekkur. Í Miðvági er søgan nakað øðrvísi, tí her fert tú oman á tað sera vakra miðstaðarøkið, ið er aftanfyri Magnstøðina. Her eru líðandi hæddir, og har stendur tann „gamli“ skúlin, sum hóast alt er frá fýrsunum, tá ið tey bygdu bygdarhúsið. Í hesum skúla er lyfta, og at­komu­møgu­leik­ar­nir eru yvir­høvur góðir. So sambært borgar­ stóranum hava tey har vesturi ikki upp á nakran máta gloymt tað við atkomu­møgu­leikunum burtur í nýggj­ ari tíð, tað vil siga frá fýrsunum og upp­eftir, men tað eru meira teir gomlu bygningrnir hjá kommununi, sum treingja til nakrar ábøtur, í summ­um førum víðfevndar ábøtur.

Tríggir dagstovnar

Tríggir dagstovnar eru í Vága komm­ unu. Dagstovnurin í Miðvági eitur Miðgarður, sum læt upp í 2011.

Stovn­urin stendur í vøkrum náttúru­ øki. Haðani er – sum tey siga á heima­ síð­uni – stutt til haga og fjøru, viðar­ lund­ina, fótbóltsvøllin, tað stóra spæli­ plássið í bygdini og sandin. Her er eisini stórt spælipláss rundan um Mið­ garð við øllum hentleikum. Her eru reiggjur, skreiðibreyt, sandkassar, spæli­hús og ein lítil áarløkur, so at her eru góðir møguleikar hjá børnum at røra seg. Her eru til samans sjey stovur: tríggjar vøggustovur, tríggjar barna­garðs­stovur og ein stova til tey seks ára gomlu børnini. Frítíðarheimið Smílikullan heldur til í gamla skúlanum í Miðvági beint við bygdarskúlan, so stutt er hjá børn­unum at ganga úr skúlanum til frítíðar­heimið. Sambært heimasíðuni stend­ur Smílikullan sum ein perla, beint við sandin, fótbóltsvøllin, tað stóra spæliplássið í bygdini og viðar­ lundina. Smílikullan er frítíðar­heim hjá børnum í 1. og 2. flokki. Hetta húsið er gamalt – í hvussu er í atkomuhøpi – so atkomuligheitin kundi verið nógv betri. Hetta skal skiljast soleiðis, at her er illa atkomuligt. Sóljugarður er dagstovnurin mitt í Sandavági. Her er vakurt rund­an um við á, viðarlund, sandi og fótbólts­ vølli beint við. Garðurin rundan um er „deiliga stórur", sum tey siga á heimasíðuni, so her eru góðir møgu­ leikar hjá børnunum at røra seg. Um­framt reiggjur, skreiðibreyt og sand­kassar hava tey eina steinsetta á og nógvan bø, her tað natúrliga lendið er varðveitt. Sóljugarður varð liðugt bygdur í 2003. Síðan er gamla Føroya Bankahúsið komið aftrat, og í 2009 varð skoytt upp í við nýggjum húsi við

MEG D |

11


tveim­um vøggustovum. Sostatt held­ ur stovnurin nú til í trimum hús­um. Í høvuðsbygninginum eru tríggjar barnagarðsstovur og ein vøggu­stova. Í gamla Føroya Banka-húsinum er ein stova til tey seks ára gomlu, og í tí nýggja bygninginum eru tvær vøggustovur.

Frálíkur skúli

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgar­ stjóri í Vága kommunu, er týðiliga errin av nýggja skúlanum á Giljanesi. Hon greiðir frá, at kommunan skjótt fer undir eitt byggistig aftrat á skúl­anum. – Sjálvandi verður tað bygt undir

12

| MEG D

somu fortreytum, tað vil siga, at alt, sum er við í teimum nýggju byggi­ samtyktunum, verður við í tí næsta byggi­stiginum, og tann nýggi skúlin hjá okum er jú ónatúrliga væl inn­rætt­ aður, eisini hjá teimum, sum bera brek. Borgarstjórin sigur, at hvørja ferð tey fara undir nýbygging og dagføra og umvæla verandi hús, so hevur kommunan skyldu til at tryggja sær, at alt er atkomandi hjá øllum. Seinasta fíggjarár var gott hjá Vága kommunu, og Eyðdis staðfestir, at kommunan hevur ráð til nakað, tí at byggistigini á skúlanum fara at krevja so nógv av fíggjarorkuni, at

kommunan hevur ikki ráð til alt tað, hon hevði viljað havt ráð til.

Raðfesta gongurbreytir

Eyðdis Hartmann Niclasen heldur, at í framtíðini skulu tey til at arbeiða við nøkrum, sum í roynd og veru ikki er serliga gott nakrastaðni í Føroyum. Hon sipar til gongubreytir, sum hon heldur eru til ampa fyri fólk, sum bera brek, ella ikki eru so byrg, sum tá ið tey vóru ung. Tú sært næstan ikki eitt fólk, sum ber brek, ella sum er blivið eldri, ganga við einum vogni framman fyri sær. Fyri tað fyrsta er tað veðurlagið – tú kanst verða blástur um


koll – ella er tað fyri aldur, so er torført at koma fram undir øllum umstøðum. Landsverk eigur sjálvandi sín part, men inni í bygdum standa komm­un­ urnar fyri gongubreytunum og kant­ unum har og hava ábyrgdina av, at at­gongu­møgu­leik­ar­nir eru dag­førd­ir. Eyðdis hevur helst ikki givið sær far um, at í Vágs kommunu eru kant­ar­ nir á øllum gongubreytum lækk­aðir, so at tað ber til hjá øll­um at koma fram og styðja seg til gongu­sta­tiv um neyðugt, men yvir­høv­ur verður hetta ikki prioriterað í Føroy­um. Tað tyngir samvitskuna, at hetta ikki verð­ ur raðfest hægri, sigur Eyðdis.

Hon sigur, at tað er ein øgiliga tung­ur postur fíggjarliga at dagføra gongu­breyt­irnar, alt skal brótast upp, og tað er sjálvandi eitt øgiligt tak, tá ið stigið endiliga verður tikið at gera gongu­breytirnar atkomandi hjá øll­um.

Vágar eru eitt vegamót

Tað krevur nógv av kommununum í Vágum, at oyggin leingi hevur ver­ ið landsins høvuðsleið vestur á flog­ vøllin. Landsvegurin gongur ígjøgn­ um Sandavág og bygdar­veg­ur­in ígjøgn­um Miðvág eru rætti­liga dýrir at halda, bæði hjá Lands­verki og Vága kommunu. Her eru bungur

gjørd­ar, gamaní, men enn er nakað eftir at gera til frama fyri trygd og atkomu, og soleiðis fer tað at vera. Annars er at siga um gongubreyt­ irnar í kommununi, at yvirhøvur eru tær breiðar og í góðum standi. – Okur hava nøkur børn í komm­ ununi, sum ikki fungera við vanligum rørsluførleika, og jeg má siga, at jeg eri øgiliga glað fyri, at okur hava nýggj­ar stovnar, sum liva upp til krøv­ ini um atkomumøguleikar. Eyðdis Hartmann Niclasen, borg­ ar­stjóri í Vága kommunu heldur tað vera ógvuliga umráðandi hjá eini komm­unu at rudda slóð fyri, at sosial sam­vera altíð skal kunna bera til hjá øll­um borgarum. Hon sipar tó mest til, at atkomutilfeingið í eini kommunu ongan­tíð ekskluderar ein lítlan bólk, sum hevur trupulleikar so ella so við at røra seg. Hon heldur, at kommunan eigur at hava sum eitt tað fremsta málið at síggja til, at øll fáa rørt seg, sleppa framat, koma fram við góðum skúla, góðum stovnum og nøktandi tiltøk­ um, ikki minst sosialt.

MEG D |

13


Orð og myndir: Sonne Smith

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu:

Meldursstaðurin Tórshavn Atkomuviðurskifti til bygningar skulu tryggja atgongd fyri øll. Bústaðir og aðrar bygningseindir skulu hava beinleiðis atgongd útifrá ella umvegis felags atkomuleið útifrá. Felags atkomuleiðir skulu vera nóg breiðar til ætlaðu nýtsluna, skulu kunna nýtast ótarnaðar í fullari breidd og skulu vera eyðkendar í tilfari, litum ella ljósi. Fría breiddin skal í minsta lagi vera 1,3 metrar (Brot úr Bygningskunngerðini 2017)

14

| MEG D


»

Okur eru afturúrsigld yvirhøvur, tá ið tað kemur til atkomu­viðurskiftini, men okur eru rættiliga tilvitað um hetta.

Høvuðsstaður Føroya, Tórshavn, fevn­ir sum kommuna um Havnina, Arg­ir, Hoyvík, Hvítanes, Kaldbak, Kald­baks­botn, Kirkjubø, Kollafjørð, Norðra­dal, Oyrareingir, Signabø, Sund, Syðradal, Velbastað og oyggj­ ar­nar Hest, Koltur og Nólsoy. Í Tórshavnar kommunu búgva nú meira enn 21.000 fólk, 42 prosent av landsins fólkatali, sum er um 51.000. Hóast Havnin man vera ein av heimsins minstu høvuðsstøðum við umleið 13.000 íbúgvum, so er býur­in ein sannur meldur av fólki, akfør­um, skipum og bátum. Um dag­ in eru tær gomlu, trongu gøturnar í mið­bý­num og her um vegir um at hokna í tí støðuga ferðslumeldrinum og tí surrandi kappingini um par­k­er­ ings­pláss.

Tað bar sjálvandi í sær, at tað var ikki nøktandi. Tað var ikki optimalt. Annika Olsen setti samstundis arbeið­ ið í gongd við at gera eina sam­ laða landsbyggireglugerð og eina byggilóggávu, eina lóggávu, sum henda landsbyggireglugerðin kann hava heimild í við teimum veru­ligu sanktiónsmøguleikunum og tí, sum skal til fyri at handhevja eina slíka reglugerð. – Meðan okur bíðaðu eftir tí, so var hin kunngerðin sjálvandi í gildi, men nú hava okur fingið ta nýggju bygnings­kunngerðina frá 2017, sum jeg setti í gongd, og hetta er tað týdn­ ing­ar­mesta, sum mann skal brúka at byggja eftir, og tað verður eisini gjørt í teimum byggiloyvunum, ið verða givin hiðani.

Hin fjórði suðuroyingurin

Atkoman skal vera í lagi

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórs­ havn­ar kommunu, er tann fjórði borg­ar­stjórin, ið er ættaður úr Suður­ oynni. Hon er vágbingur. Hinir eru Dennis Holm í Vági, Kristin Michel­ sen á Tvøroyri og borgarstjórin í Vága komm­unu, Eyðdis Hartmann Nicla­ sen, ið er ættað av Tvøroyri. Til­vild­ in – men Annika Olsen í Havn leggur fyri við at siga, at tá ið hon var lands­ stýris­kvinna í innlendismálum, gjørdi hon ta fyrstu kunngerðina um at­komu­ viður­skifti hjá fólki, ið bera brek. – Jeg pressaði upp á at fáa kunngerð­ina ígjøgnum, tí at tað var um­ráð­andi hjá mær at fáa regulerað viðurskifti. Kunngerðin hevði heimild í eini gamlari býarskipanarlóg frá 1954, sum ongar sanktiónsmøguleikar hevði.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu leggur dent á, at øll viðurskifti í sam­ bandi við atkomumøguleikar skulu vera í lagi, tá ið nýtt verður bygt. Men tað er bara í sambandi við nýbygging og stórar umvælingar, at tað ber til at handhevja bygningskunngerðina og fylgja við gongdini. – Trupulleikin hjá okum er eldri bygningar, tað er har, ið av­bjóð­ing­ arnar eru, tí skuldi henda reglugerðin verið komin fyri nógvum, nógvum árum síðan, so okur eru afturúrsigld yvirhøvur, tá ið tað kemur til atkomu­ viðurskiftini, men okur eru rættiliga tilvitað um hetta. Annika Olsen sigur, at í ta nýggju málslýsingamannagongdina hevur komm­unan fingið eina áminning um, at tað altíð skal vera í lagi soleiðis, at

mann nú hevur gjørt alt túnið rundan um løgtingshúsið og til dømis ikki hevur hugsað um tey, sum eru bund­ in av rullustóli. – Tað er umráðandi, at mann alla tíðina verður mintur á tað, men okur hava eina góða umsiting, sum støð­ ugt ger tað.

Tann øgiliga ferðslan

Borgarstjórin í Havn nemur eisini við teir ovurhonds stóru ferðslu­trupul­ leikarnar í Havn, tí her er so trongt. Hon sigur, at tað millum annað kann loysast við at leiða ferðsluna øðrvísi og leggja infrakervið, ið skal til, rund­ an um býin og ikki fáa alt inn í sjálvan býin. Kommunan arbeiðir í løtuni við at fáa ein innkomuveg, ið fer at bøta nakað um ferðslutrupulleikarnar inni í býnum. Arbeitt verður við at fáa fleiri parkeringspláss, at fáa parker­ ingsviðurskiftini í rættlag fyri at minka um ferðsluna inni í býnum. – So tað verður arbeitt av øllum alvi at fáa færri bilar inn í býin, og kommunan fer nú undir at betra buss­leiðina, soleiðis at fleiri kunnu fara við bussi, ið eru nokkso atkomu­ligir hjá fólki, ið bera brek, heldur Annika Olsen, sum eisini legg­ur áherðslu á, at tað eru hampi­liga nógv parkeringspláss í býnum til fólk, sum bera brek. Tað er sjón fyri søgn, at hóast øll tey vanligu parkering­s­ plássini í býnum eru upptikin, so er næst­an altíð pláss hjá teimum, ið bera brek. Tað vil siga, at tað verða al­samt fleiri parkeringspláss í Havn hjá teimum, ið bera brek. Alla­staðni har, sum kommunan frem­ur stórar um­væl­ ingar við atliti at atkomu­viður­skift­um til bygningar og inni í bygn­ing­un­um.

MEG D |

15


Nýtt og gamalt

– Stórar umvælingar og nýbygging, tað fær kommunan handhevjað sam­ bært bygningsreglugerðini, sigur borg­ar­stjórin, men Annika Olsen nevn­ir eisini teir bygningarnar, ið standa lidnir, men sum standa við ongum ella tvørrandi atkomu­møgu­ leik­um, tí fáur ella eingin hevur hugsað um tað. Hon sigur tó, at tey nýggju hotellini, ið verða bygd í næst­ um, lúka sjálvandi – sum hon tekur til – allar treytir í sambandi við atkomu. Juridiskt ber til at siga, at teir bygn­ingar, ið vórðu bygdir, áðrenn bygnings­kunngerðin kom í gildi, og sum vórðu lógligir, áðrenn kunng­

16

| MEG D

erðin kom í gildi, vórðu eisini lóg­ lig­ir eftir, at kunngerðin kom í gildi. Komm­unan hevur ikki møguleika fyri at fara út og krevja, at tey skulu bøta um viðurskiftini, men hon kann heita á tey, sum eiga bygningarnar, um at bøta um viðurskiftini, tí at tað eisini er gott hjá teimum. Tí eigur komm­unan at koma við einari áheitan á myndug­ leikarnar, sum varða av almennum stovnum um at fáa at­komu­viðurskiftini í rættlag og fáa bøtt um tað, sum ikki varð hugsað um í gomlum døgum.

Tað góða umdømið

– Tað tænir teimum at hava eitt gott umdømi, sigur borgarstjórin í Havn.

Nú er Tórshavnar kommuna vorðin eitt eftir føroyskum viðurskiftum víð­ fevnt tænastuvinnustað. Her er stórt tænastuvinnuvirksemi við mat­stov­ um, kaféum, spælistøðum, barr­um, hotellum og gistingarhúsum. Hjá komm­uni er tað umráðandi at app­ ell­era til teirra, sum eiga og varða av tí gamla, at tey hugsa um tey, sum bera brek. Alt tað nýggja verður sjálv­andi bygt eftir reglugerðini. Tað ber í sær, at við at hugsa um hesi viður­skiftini og fremja tey í verki víðkast metingin av einum landi í ferða­vinnu­ høpi. – Eitt er, at mann reklamerar við, at mann hevur reint umhvørvi og góða


tænastu, men tað at mann hevur fyri­ lit við fólki, sum bera brek, kann bara vera og er sera umráðandi, sigur Annika Olsen, sum nemur við, at ein høvuðsstaður og eitt land avgjørt eiga at hava ta frægast møguligu tænastuvinnuna í huga. – Soleiðis er tað eisini, men okkurt kann vera betri. Verður hugsað um tíðarkarmin, sum fevnir um alt tað, ið eigur at verða gjørt fyri atkomuviðurskiftini í einari kommunu sum Havnini, so er tað sjálvandi sum alt annað ein spurn­ ing­ur um pengar, men Annika Olsen heldur, at verður væl lýst, og komm­ unan kemur við einum mark­nað­ar­

átaki til frama fyri tænastu­vinnuna og ferðavinnuna, so hjálpir tað væl í sjálvum sær.

Ein eyka stjørna

– Tí, sum sagt, hetta gevur tænastu­ vinnuni og ferðavinnuni eina eyka stjørnu. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórs­ havn­ar kommunu hevur hugsað leingi um eitt veruligt marknaðarátak. Tá ið hon sat í landsstýrinum arbeiddi hon við ætlanini um at skipa ein brek­politikk, sum eisini fevndi um eitt marknað­ar­átak fyri landið sum heild til frama fyri atkomumøguleikar hjá øllum.

– Og tað er so upplagt, at komm­ unan loftar bóltinum nú, tí tað er av so stórum týdningi fyri kommununa at hava eitt gott umdømi úti og heima. Fólk í koyristóli skulu sambært Anniku Olsen ikki sita har við tí kensluni, at tey ikki eru vælkomin, tí skal kommunan vera upplýsandi og áheitandi og vil hava hesi viðurskifti í rættlag. – Her verður bygt nógv í løtuni, skúlar, musikkskúli og annað mangt, og her verður alt gjørt av einslistum, sigur borgarstjórin, sum svam nógv fyrr og rennur nógv nú, men hon heldur tað vera ógvuliga langt úti, at ein býur sum Havnin, ið hevur tveir lutfalsliga nýggjar stórskúlar, og ein nýggjur er á veg, ikki hevur hugsað um svimjihylar í teimum nýggju skúlunum. Annika Olsen ætlar at skipa so fyri, at tær ymsu deildirnar í tænastu­ vinnuni, eitt nú matstovur og kaféir, fáa eina eyka stjørnu – eitt sertifikat – við at lýsa: „Her eru atkomuviðurskiftini í lagi!"

MEG D |

17


Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu:

Orð og myndir: Sonne Smith

Ein víðfevnd kommuna Hyggja vit at bygningunum, sum vórðu reistir í Runavíkar kommunu fyri einum hálvthundrað árum síðan og meira, tá ið alt økið fór at vaksa, kunnu vit hóskandi leggja fyri við tí gamla skúlanum á Glyvrum. Hann varð bygdur síðst í fimmtiárunum í trimum hæddum við ongari lyftu og nógvum trappum, og soleiðis stendur hann enn og umsitur viðurskifti hjá einum 3.800 borgarum í hesi víðfevndu kommunu, sum fevnir um Runavík, Æðuvík, Rituvík, Saltangará, Glyvrar, Lamba, Lambareiði, Søldarfjørð, Skipanes, Skála, Skálafjørð, Oyndarfjørð, Funning, Funningsfjørð og Elduvík - Vit kunnu í hvussu so er staðfesta, at fyri einari hálvari øld síðan hevur eingin hugsað um atkomu, als ikki, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Hyggja vit at ráðhúsinum í komm­ ununi í dag, har eitt nú borgarstjórin heldur til gerandis, so er eisini tað í trimum hæddum. Ein hálvthund­ rað ára gamal rættiliga óatkomandi be­tong­bygningur. – Ein vónleys uppgáva, hvat at­komu viðvíkur, sigur borgarstjórin.

18

| MEG D

Skalt tú hava fatur á bókhald­in­ um hjá Runavíkar kommunu, skalt tú upp á triðu hædd ígjøgnum fleiri trapp­ur. Tað vil siga, at tey, sum hava okkurt kropsligt tarn soleiðis, at tey ikki eru serliga mobil, tey hava ong­ an møguleika fyri at fáa ta tænast­ una, tey vilja hava frá Runavíkar kommunu.

Tíðir broytast

Eitt, sum Runavíkar kommuna er ser­ liga kend fyri, er, at hon hevur gjørt

rættiliga nógv fyri, at tey, ið hava verið fyri avbjóðingum frá náttúr­unn­ ar hond, fáa eina góða viðferð so­leið­ is, at hond verður tikin um tey. – At tey fólkini eru blivin ein partur av samfelagnum her hevur í stóran broytt hugsanina, bæði hjá fólki og hjá myndugleikunum, tí at tey sein­ astu 20 árini – uttan at tað hevur verið ein politisk viðtøka – so hevur mann í øllum teimum íløgunum, mann hevur gjørt, hugsað til frama fyri tey fólkini. Hyggja vit at tí nýggja skúlanum,


»

Lyftir eru settar upp í Glyvra skúla, og tað er ein góð hjálp, men sambært Tórbjørn Jacobsen er tað eingin nóg góð loysn. – Tú mást byggja ein skúla fram eftir jørðini soleiðis, at øll sleppa til.

ið varð bygdur við Løkin fyri 12 árum síðan, so er hann í allar mátar atkomi­ ligur hjá øllum, eisini hjá teimum, ið sita í koyristóli. – Og hyggja vit so at tí nýggju fim­ leikahøllini, ið varð bygd fyri nøkrum árum síðan, har ið tann gamla ítrótt­ arhøllin eisini varð umvæld og dag­ førd fyri einar 45 milliónir krónur, so er alt somuleiðis gjørt í tí bygninginum soleiðis, at tað skal bera til at koma til tær tænasturnar, sum kommunan annars skal veita øllum borgarum.

Munandi batnaður hugburður

Jú, Tórbjørn Jacobsen heldur, at hug­burðurin er broyttur ófatiliga nógv bara ta seinastu fjórðingsøldina, so at tað, ið kanska verður at síggja í Runa­víkar kommunu, sum er hent við gamla kommunuskúla í Havn, er at brúka teir gomlu betongmúrarnar til okkurt annað enn til vanligt virksemi, sum er fyri øll. – Tað vil siga, at tað má haldast at vera ein skilagóð loysn at flyta seg frá einum skúla til eitt kollegium í tí, sum nú eitur Finsen, tí at tað ber

sjálvandi til at seta lyftir upp í gomlum bygningum eisini. Lyftir eru settar upp í Glyvra skúla, og tað er ein góð hjálp, men sam­ bært Tór­bjørn Jacobsen er tað eingin nóg góð loysn. – Tú mást byggja ein skúla fram eftir jørðini soleiðis, at øll sleppa til. Borgarstjórin í Runavíkar komm­ unu heldur, at skulu vit konsentrera hetta málið, so snýr tað seg fyri ein stóran part um hugburð, og hug­burð­ urin er broyttur til tað rætta. Hann er avgjørt broyttur tann rætta vegin í Føroyum yvirhøvur. – Henda avbjóðingin við teimum, sum frá náttúrunnar hond ikki vóru so væl útborin sum onnur, vórðu eks­port­ erað av landinum. Vit eksporteraðu tað, sum vit í gásar­eygum skuldi vera ein trupul­leiki. Hetta var næstan sum hjá nazistunum, vit reinsaðu bara sam­felag­ið soleiðis, at bara tey í gás­ areygum normalu vóru eftir. Tað, at tey fólkini eru komin heim­ aftur, heldur borgarstjórin hevur havt ófatiliga stóran týdning. Sjálvandi hesi, sum nú eru, hava ongantíð verið burtur, men tað, at mann tók

ta støðuna, at tey eisini skuldu vera partur av tí føroyska samfelagnum, hevur sett ómetaliga nógva ferð á. Tað var Javni, ið tók stigið fyrst í sjey­ ti­árunum at fáa tey aftur higar, her tey hoyra heima. – Nú havi eg gingið í skúla í Havn, og at síggja hesi fólkini úti á gøtuni gjørdi tað, at samfelagið bleiv nógv størri og litríkari. Tórbjørn Jacobsen heldur, at tað er serstakliga hugaligt at staðfesta, at øll tosa á jøvnum føti við hesi fólkini, sum fyrr í tíðini vórðu deporterað til Danmarkar. Tað er ikki soleiðis í dag sum fyri eini hálvari øld síðan, at mann kanska smoygdi sær yvir um vegin. – Tann tíðin er farin, tey eru blivin ein púra implementaraður partur av samfelagnum, og tað er gott!

Atkomandi ráðhús óvanlig enn

Tað hevur ikki verið vanligt at byggja ráðhús í Føroyum við atkomiligheit í huga. Nú er tað gjørt í Gøtu, og tað varð gjørt í Sandavági í síni tíð. Annars hava vit bygt ráðhús eftir einum óbrúkiligum leisti. Ráðhúsið

MEG D |

19


í Runavík kann ikki brúkast, tí at tað eigur ikki at vera so trupult at koma at fleiri funktiónum í einari kommunu, at tú næstan skalt vera fimleikari fyri at klára tað. – So, at vit skulu rokna við, at tað hendir eitt ella annað – ikki í morgin – men tað er komið í tankan, sigur Tórbjørn Jacobsen. Runavík er ein av teimum býunum, sum liggur fram við einum fjørði upp á sama máta sum Tvøroyri. Tað er øgiliga torført at finna eina miðju í einum býi, sum liggur í einari líð við einum vegi ígjøgnum, og tað er tað, sum tey eru í ferð við at finna útav nú. Í tí sambandinum hava tey tosa nokkso nógv um, hvar ið eitt ráðhús kundi staðið í tí miðjuni. So tey rokna við, at innanfyri tey næstu árini, so hava tey eitt ráðhús, sum eisini er atgongiligt hjá øllum, sama hvussu fólk annars eru útborin. Tekniskt er Runavíkar kommuna tann størsta kommunan í landinum, tí at geografiskt er hon øgiliga víð og sett saman av 15 bygdum. Tú

20

| MEG D

skalt altso hava 15 spillivatnsætlanir í Runavík – Men tað forðar ikki fyri, at vit í hvussu so er ganga fremst í hesum tankanum um, at atgongiligheitin hjá fólki skal vera so optimal sum yvirhøvur gjørligt, og at vit lúka allar tær treytir, ið krevjast í 2018 í einum modernaðum samfelag.

Ætlar at seta sjøtul á

Júst við ráðhúsinum í Runavík, so kundi Tórbjørn Jacobsen hugsað sær at sett sjøtul á ætlan­inar um at­komu­ligheitina í komm­ununi. Hann hevur bara sitið í borg­ar­stjóra­sess­ inum í tvey ár, og um hansara ætlan verður framd í verki tey bæði næstu árini, hann hevur eftir sum borg­ar­ stjóri, fær hann ikki lovað, men allir býráðspolitikararnir í kommununi eru sinnaðir at fara tann vegin. – So tað skal mann rokna við, stað­ festir Tórbjørn Jacobsen, borg­arstjóri í Runavíkar kommunu. Tey eru í ferð við at gera eina kai fyri 45 milliónir krónur. Hon er um at vera liðug. Tey fara at byggja eina

svimjihyl, ið fer at kosta 100 milliónir, og hann verður í øllum viðurskiftum atkomandi hjá øllum. Runavíkar kommunan hevur í sam­ bandi við undirsjóvartunnilin, sum er í gerð, rættiliga nógvar avbjóðingar. Kommunan er ikki liðug at samráðast við landsmyndugleikarnar enn um útlitini fyri atkomumøguleikunum. Tey tingast um, hvussu tað reint tekniskt skal gerast og um, hvussu tann búskaparligi parturin av tí skal loysast. – Vit vita ikki, hvat vit flóta í so máta reint fíggjarliga, so tað er eitt sindur trupult at disponera við pengunum akkurát nú, inntil vit hava funnið eina loysn við landið um vegin, tí hann fer at kosta rættiliga nógv. Samanumtikið er Runavíkar komm­ una á veg við atkomuloysnum, men tað kostar, tað er torført, og tað tekur tíð at koma burtur úr tankaloysinum, ið hevur valdað.


Orð og myndir: Sonne Smith

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu:

Ágrýtni valdar í Klaksvík Klaksvíkar kommuna er Føroya næststørsta kommuna og fevnir um Klaksvík og bygdirnar Ánir, Árnafjørð, Húsar, Mikladal, Norðoyri, Strond, Svínoy, Syðradal og Trøllanes. Til samans er fólkatalið í Klaksvíkar kommunu nakað omanfyri 5000, tað var sambært Hagstovu Føroya neyvt 5.117 1. januar 2018

MEG D |

21


- Tað, sum vit hava fokuserað uppá, er at gera atkomuviðurskiftini betri, og tá ið tað eru nýggjar verkætlanir, ganga við øgiliga høgt uppí at fáa tað nýggjasta og tær bestu loysnirnar fyri at fáa atkomiviðurskiftini so góð sum gjørligt hjá koyristólabrúkarum og illa gongdum og fólki yvirhøvur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Hann røður um miðbýarætlanina, sum skapar ein nýggjan býarkjarna í Klaksvík. Her leggur kommunan alstóran dent á, at tað skal vera at­kom­andi allastaðni í koyristóli, eisini inni á torginum, og tí, sum hevur við torgið at gera, og í íbúðirnar har um vegir.

fáa atkom­uviðurskiftini hjá koyri­stóla­ brúkum í rættlag, og tað sama er gjørt í BankNordik-bygninginum, og har sum Heilsutrygd heldur til og náms­frøðiliga ráðgevingin hjá komm­ununi, Sernámi og Gigni og aðrir kommunalir stovnar halda til. – Í tí leigumálinum tryggjaðu vit okkum, at lyfta er sett í til allar tríggjar hædd­irnar, annars hevur BankNordik ikki havt lyftu í bygninginum hjá sær, sigur borgarstjórin. Bygningurin hjá BankNordik er tann gamli bygningurin hjá gamla Føroya Banka. Hann er dagførdur soleiðis, at nú eru atkomuviðurskiftini har fingin í rættlag.

Víðfevnd inntriv

Borgarstjórin í Klaksvík nemur við tað, hann rópar eina lítla detalju. Tað er, at tá ið kantar á gongubreytum verða gjørdir, eigur at verða roynt at savna seg um, at teir eru skornir niður. Hetta er eitt, sum kommunan hevur lagt størri dent á tey seinnu árini. Hetta er rætt og slætt ein býráð­samtykt at ganga meiri upp í arbeið­ið at gera hóskandi kantar á gongubreytum. Tað er altso umráð­ andi at leggja upp fyri, at kantarnir

Tá ið tað ræður um gamlar bygningar hevur kommunan roynt at dagføra fleiri av teimum. – Til dømis hava vit havt eina tann­ læknastovu í skúlanum, sum eingin lyfta ella nakað tílíkt hevur verið í, tað fingu vit gjørt fyri einum tveimum árum síðan ella so. Har varð altso alt dagført av nýggj­um, lyfta varð sett í, og inn­ trivið varð so mikið stórt fyri at kunna

22

| MEG D

Dagførdar gongubreytir

eru skornir niður soleiðis, at eingin høgur kantur er nakrastaðni, og soleiðis er lættari at sleppa upp á gongu­breytina við eitt nú koyristóli. – Hetta er vist nakað, ið vit ikki altíð hava hugsað so nógv um, men tað hevur nokkso stóran týdning, sigur Jógvan Skorheim. Tað slepst væl inn í býbussarnar í Klaksvík. Teir eru rættiliga lágir aftan, so tað ber til at sleppa inn til dømis við koyristóli.

Eftir forskriftunum

Á læknaviðtalunum í Klaksvík er eisini lyfta millum hæddirnar. Við vágna, har eldraøkið heldur til, er gjørt eftir forskriftunum bæði við breiðum hurð­ um og lyftu. Men tann stóra avbjóð­ ing­in hjá Klaksvíkar kommunu er sum alla aðrastaðni nógvir av teim­um gomlu bygningunum, har neyðugt er at gera inntriv og loysa atkomu­ viðurskiftini, sum er eitt, tey ikki hava hugsað so nógv um fyrr. Tað var ikki hugburðurin fyrr, men borgarstjórin í Klaksvík er so mikið ungur, at hann hugsar á nýggjari breyt. Hann sigur, at tað er alneyðugt við inntrivum fyri at kunna loysa tann stóra trupulleikan við óatkomuviðurskiftunum í gomlum


»

Vit eru nú komin hagar, at nú fara vit at heysta fruktirnar av tí, sum vit settu í gongd í 2013, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Føroya næst­størstu kommunu.

bygningum. Sjálvt býráðshúsið í Klaks­vík er nú ein gamal bygningur, men maðurin, ið læt hann byggja, Erling Laksafoss, var so mikið fram­ søkin, at hann setti lyftu í húsið alt fyri eitt, millum annað tí at hann hevði ætlað, at húsið skuldi vera tjóðbanki.

Ásýniligur miðbýur

Í Klaksvík er stór nýbygging í gongd. Bústaðir byggja einar 36 íbúðir í mið­ býnum og harumframt verða handils­ høli í nýggju byggingini, sum í øllum lutum er atkomandi hjá øllum. Hetta er tað størsta húsið, sum verður bygt nú, og húsarhaldsskúlin fer sambært Jógvani Skorheim í gongd skjótt. Borgarstjórin í Klaksvík sigur, at miðbýurin fer at broyta Klaks­vík rætt­ iliga nógv, bæði fyri saman­sjóð­ing­ina mentalt, og eisini tí, at tá ið Dúgvan gavst at sigla, eftir at Norðoyatunnilin læt upp í 2006, misti Klaksvík eitt sindur av sjálvari sosialiseringini, tí at har møttist øll. Endamálið hjá fólki tá var at koma um fjørðin. Jógvan Skorheim harmast um, at tað gongur so seint við íbúðar­ byggingini í miðbýnum, sum skjótt hevur vart í næstan trý ár, tí hann heldur, at fólk hava fingið ta fatan, at hetta bara dregur út, og tey hava ikki fingið seg at trúgva, at mið­býar­ ætlanin verður til nakað. – Men vit hava havt øgiliga stórt fokus á, at nú skal tað vera ítøkiliga.

Spennandi íbúðarbygging

Tann nýggi bygningurin í mið­bý­n­um fer umframt íbúðir, at hýsa handils­ hølum í niðastu hædd. Ein sjálvs­ogn­ arstovnur, sum eitur Kráar­brekka, eigur bygningin, og Bú­stað­ir fara at umsita øll leigumálini í bygn­ing­inum, ið er innrættaður eftir øll­um kravd­ um ásetingum, og tað er, at har er atkomandi hjá øllum. Allar hurð­ar eru í kravdari breidd, og lyfta er til allar

hæddir. Tað verður eisini at­kom­andi hjá øllum í niðastu hædd, har handlar og annað tænastu­virk­semi verða inn­ rættað. Íbúðirnar í bygninginum eru ymiskar, og Bú­stað­ir og komm­unan hava skyldu til at seta fimtu­hvørja íbúð av til fólk við skerd­um før­leika, tað er fólk, ið bera brek. – Lagt er upp fyri, at í øllum mið­ býarøkinum í Klaksvík skalt tú kunna koma runt í koyristóli. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sig­ur seg vera varnan við tí byggi­ boom­inum, sum í løtuni merkir búskap­in í landinum. – Tað, sum vit hava gjørt, síðan eg bleiv borgarstjóri, er, at vit hava lagt pening til síðis fyri at kunna fremja stór prosjekt uttan lántøku.

Fíggjarliga lagt upp fyri

Klaksvíkar kommuna hevur tey sein­ astu níggju árini goldið 70 milliónir krónur aftur í skuld, so møguleikarnir eru heilt góðir, um tað verða ringar tíðir aftur. Samstundis hevur komm­ unan savnað umleið 60 milliónir krón­ ur saman gjøgnum hesi árini til at fremja prosjektið nú, og har er til døm­is skúlabyggingin, sum kostar 107 milliónir. Henda byggiætlan verð­ur fíggjað og framd uttan nakra lán­tøku. Komm­un­an heldur fram við miðbýarætlanini og fleiri øðrum ætlanum, tí hon planlegði longu í 2013, at Klaksvík skuldi hava renni­ breyt í 2019, skúlin skuldi vera liðug­ ur í 2019 eisini, og har er plan­lagt soleiðis, at peningur er tøkur til at fíggja ætlaninar. Tá ið verri tíðir koma, so hevur kommunan altíð tann møguleikan, at hon kann fara út og læna pening. So rásarúmið er vítt, men við tí framgongd, sum hevur verið, hevur kommunan altso spart upp, so at hon er før fyri at fremja sínar aktuellu verkætlanir.

Svimjihøllin mennist

Svimjihøllin í Klaksvík er landsins elsta og tí fleiri ferðir dagførd, og nú er eitt nýtt vælveruøkið komið aftrat við gosbað, og har er tað gjørt í slíkari hædd, at kemur tú til í koyristóli, so sleppur tú í gosbaðið uttan at verða serliga tarnaður. Svimjihøllin fær eisini dampbað og infrareyða sauna til fólk, sum hava aðrar trupulleikar sum til dømis húðsjúku og gikt. Tó, eisini í Klaksvík eru nógvir eldri bygningar, har atkomuviðurskiftini ikki eru fingin í rættlag. Tað viðgong­ ur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, men tað fer kommunan at royna at gera nakað við sum frá líður. Í sjálvum býráðshúsinum í Klaks­vík er yvirhøvur væl fyriskipað, men enn er einki handikappvesi í bygning­ inum.

Heysta fruktirnar

– Tað mugu vit syrgja fyri verður gjørt, sigur Jógvan Skorheim, sum heldur, at tað, sum eyðkennir alla til­ gongdina í Klaksvíkar kommunu, er, at hon legði eina ætlan í 2010 um, at tey vildu hava fleiri fólk til Klaksvíkar, tey vildu fjøltátta bústaðarmarknaðin, lokka tey útbúnu heimaftur og hjúkla um upp­living­ar­vinnuna við Summar­ festival­inum, Sjómanna­degnum og øllum tí, sum í roynd og veru eyð­ kennir Klaksvík sum ein ágrýtin komm­una. Um tvey-trý ár er mið­ býur­in liðugur, vælverudepilin og renni­breytin verða liðug, og nýtt teppi verður lagd á fótbóltsvøllin, og ment­an­­ar­húsið verður alsamt meiri víðfevnt. – Vit eru nú komin hagar, at nú fara vit at heysta fruktirnar av tí, sum vit settu í gongd í 2013, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Føroya næst­ størstu kommunu.

MEG D |

23


Niðurstøður hjá ST-nevndini og hvat so? Ein av niðurstøðunum hjá ST-nevnd­ ini, ið vóru sendar Før­oya Lands­stýri sum svar upp á skugga­frá­greið­ing­ ina hjá MEGD í 2014, er, at nevndin mælir Føroya Lands­stýri til at seta í verk muna­góð­ar brek­politiskar virkis­ ætlanir, so sátt­mál­in fæst at virka í Føroyum. MEGD hevur síðan niðurstøðurnar komu frá ST-nevndini í 2014 javnan verið í sambandi við Føroya Lands­ stýri viðvíkjandi einari brek­politiskari ætlan, men tað gongur rættiliga seint at fáa nakað greitt svar uppá, hvat mann ætlar á hesum økinum. MEGD vil síggja eina ítøkiliga ætlan fyri, hvat Føroya Landsstýri ætlar at gera tey næstu 10 árini. Vit vita væl, at nógv er hent tey seinastu fýra árini, men fyri okkum hevur tað stóran týdning at síggja, hvat Føroya Lands­ stýri ætlar við brekøkinum í Føroyum. Vit sakna eina virkisætlan við tíðar­ freistum, har tilskilað er, hvørji tiltøk eru neyðug fyri, at sáttmálin skal koma at virka í Føroyum. Eitt samfelag fyri øll eru føgur orð, men hvussu koma vit hartil, at vit kunnu siga, at Føroyar eru eitt gott land at búgva í hjá fólki, ið bera brek? Hvussu skulu vit arbeiða fram ímóti at fáa eitt samfelag, sum rúmar ymisk­leikanum? Eitt samfelag, har øll sleppa at brúka sínar gávur? Eitt samfelag, har børn, ung og vaksin, ið bera brek, hava somu møguleikar sum onnur at brúka sínar førleikar og somu ábyrgd fyri egnum lívi sum øll onnur. Nær ætlar Føroya Landsstýri at seta í verk nýggjar víðfevndar tvørgeira­

24

| MEG D

lóggávur ímóti mismuni, sum víðkar verjuna út um arbeiðsmarknaðin? MEGD saknar, at mann tekur ítøki­ lig stig ímóti mismuni vegna brek, og hetta eigur at síggjast aftur í, at mann politiskt gongur á odda fyri at verja sáttmálan við at tillaga og gera nýggjar lógir, so at niðurstøðurnar hjá ST-nevndini verða fylgdar. Hvørji stig ætlar mann at taka við­ víkj­andi bústaðarviðurskiftum hjá fólk­ um, ið bera brek? Nær ætlar mann at broyta hugburðin um, hvussu nógv fólk skulu búgva saman á ein­um stovni? Nær ætlar mann at seta grein 19 í sáttmálanum í verk í Føroyum? Alt hetta eru ítøkiligir spurningar, ið mugu loysast, um vit skulu tosa um, at samfelagið er fyri øll. Ein forðing fyri inklusjón eru stovnar, har persónar, ið bera brek, liva av­byrgd­ir frá nærumhvørvinum ella sam­felag­num. Føroya Landsstýri má arbeiða fram ímóti, at øll fólk, ið bera brek, frítt kunnu velja hvar og saman við hvørjum tey vilja búgva og ikki skulu vera noydd at búgva á stovni ella stovnslíknandi bústøðum. Rætturin til at vera tikin við í sam­ felagnum ber í sær, at mann arb­ eiðir fyri, at fólk, ið bera brek, hava møguleika fyri at brúka tey tilboð, sum eru í samfelagnum. Fyri at tey skulu kunna koma allastaðni, er neyð­ ugt, at atkomuviðurskiftini eru í lagi allastaðni, og at tey kunnu brúka al­menna ferðaflutningin, og at hesin er at­komu­ligur. Fyri at vit skulu kunna kalla okkum eina tjóð, ið er fyri øll, er neyðugt, at

Sveisiski listamaðurin Daniel Berset hevur skapað stólin, ið stendur uttanfyri ST-høvuðsborgina í Genève fyri at minna á, at landminur ongantíð aftur verða lagdar í jørðina

øll hava sama rætt til tað tilfeingi, sum er í hesum landi. Vit skulu ikki fara longur enn til okkum sjálvi fyri at vita, hvat vit vildu funnið okkum í. Um vit halda okkum hava rætt at velja hvar og saman við hvørjum vit vilja búgva, hvussu ber tað so til, at vit halda, at vit skulu gera av, hvar og saman við hvørjum onnur skulu búgva? Í mínum hugaheimi er einans eitt slag av fólki, og har eru vit øll líka. Sjálvandi er tað ymiskt, hvussu vit eru fyri, men vit hava øll sama rætt, somu virðing og tign íbornað, og vit eiga øll somu ómissandi rættindi. Mín vón er, at politiski myndugleik­ in tekur ST-sáttmálan í álvara, og ger eina brekpolitiska ætlan, har tað er greitt, hvat mann ætlar og nær. Fyri at ætlanin skal eydnast, er neyðugt, at tað er greitt, hvør hevur ábyrgdina av, at ætlanin verður framd. Vit vilja øll, at Føroyar skulu vera eitt gott land hjá øllum at búgva í, og við einari brekpolitiskari ætlan, ið leggur upp fyri øllum viðmerkingunum frá ST-nevndini, fer hetta at eydnast. Ása Olsen, fyrrverandi aðalskrivari hjá MEGD.


Mynd: Pavla Eliasen Hilmar Eliasen og Dorrit Olsen vunnu navnakappingina, og meginfelagið skifti navn til MEGD

Vit eita MEGD

Í rúma tíð varð tosað um, at meginfelagið átti at fingið nýtt navn. Tosað varð í fleiri umførum við limafeløgini, har semja eisini var um hetta Í oktober 2017 varð so navnakapping útskrivað, og tá ið freistin at senda upp­ skot inn var farin, vóru 158 upp­skot inn­ komin. Starvsnevndin fekk til uppgávu at arbeiða víðari við navna­broytingini. Í mars 2018 var greitt, at megin­ felagið skuldi eita MEGD, sum er nýtt føroyskt orð. Tað er eisini eitt orð, ið hevur positiva merking. Orðið verður í hesum føri brúkt sum sernavn. Tað vóru tey bæði, Hilmar Eliasen og Dorrit Olsen, ið sendu uppskotið MEGD inn til navnakappingina, og tey grundgóvu millum annað við, at MEGD merkir megi og styrki og setir fokus á møguleikarnar hjá ein­stak­ling­ inum og felagnum heldur enn forð­ ingarnar. Orðið er stutt og lætt. Orðið hevur ongar serføroyskar bókstavir,

so tað ger tað lættari við telduposti, heimasíðu og altjóða samstarvi, og tað var eykaaðalfundurin í mars, sum samtykti broytingina. Búmerkið hevur Else Sjúrðaberg, grafikari, gjørt eftir áheitan frá starvs­ nevndini. Um búmerkið sigur Else: MEGD er skrivað eitt sindur øðrvísi – á ein viðarbul. Tankin við at skriva MEGD soleiðis er, at lívið er ikki bara beint fram. Vit møta avbjóðingum í lívinum, sum hava við sær, at vit fara umvegir, niður á næstu reglu – tað ger einki – viðhvørt høvdu vit ikki vilja verið tað fyri uttan. Viðarbulurin. Sprotin sigur: „viðar­ bulur: meginlutur av træ ið greinar vaksa út frá“.

Hetta er eitt góð mynd av MEGD, sum er sterkt og sjálvur bulurin í træ­ num. Viðarbulurin leggur lunnar und­ ir, at greinar og bløð nørast. Grøni liturin er tekin um ró, nøring, vøkstur, orku og tryggleika. Skapið á viðarbulinum er ein ófull­ komin rundingur. Fólk fara óivað ikki at vita, at hetta er ein viðarbulur, men undrast á, hví skapið er so. Síðan verður spurt, og høvi gevst at greiða frá og fáa samtalur í gongd. Ringurin á viðarbulinum kann eisini ímynda vernd og felagsskap. Nýggja slagorðið gjørdist út frá hesum: Saman við MEGD megna vit!

MEG D |

25


Filmar við støði í ST-sáttmálanum Myndir: eybii myndir

Inni á megd.fo/filmar eru filmar, sum hava støði í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Filmarnir liggja eisini á face­book­ vanganum hjá MEGD og hóska væl til skúlabrúks og annars har, tosað verður um grundleggjandi rættindi. Tú ert vælkomin at fara inn á megd.fo, har tú sært ST-sáttmálan og ymiskar upplýsingar og greinar um tað, sum MEGD arbeiðir við 26

| MEG D


Grein 24 tryggjar øllum rætt til útbúgving

MEG D |

27


Grein 30 sigur, at fólk. ið bera brek, hava sama rætt sum onnur at vera við í mentanarlívi

Grein 9 vísir á, at Føroya Landsstýri skal arbeiða fyri at gera samfelagið atkomuligt hjá øllum

28

| MEG D


Grein 19 sigur, at fólk, ið bera brek, hava rætt til at fáa hjálp og stuðul heima

Grein 29 vísir á, at fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika at vera við í politiskum og almennum lívi

MEG D |

29


Mynda­ maðurin Rick Guidotti vitjar Føroyar Mynd: Houston Style Magazine

Dagarnar 9. til 13. september 2018 vitjar kendi myndamaðurin Rick Guidotti MEGD

30

Endamálið við vitjanini er við mynd­ um sínum at fáa í lag samtalur, prát og kanska kjak um, hvussu vit síggja hvønn annan sum menniskju. Spurt verður m.a., hvat vakurleiki er, ella hvat vakurleiki kann vera, og um tað ber til at víðka hugtakið vakurleiki soleiðis, sum vit vanliga hugsa tað. Í myndabókini Change How You See, See How You Change stendur, at Rick Guidotti arbeiddi sum mynda­ maður í New York, Milano, Paris og London í mong ár. Hann tók myndir fyri Revlon, L’Oreal, Elle og Yves Saint Laurent av kendum foto­modell­ um sum Claudia Schiffer og Cindy Crawford. Í mótaheiminum fekk hann tó altíð at vita frá øðrum, hvat vakurleiki var og skuldi síðani avmynda tað, sum onnur hildu vera vakurt. Tað var altíð

| MEG D

mótaheimurin, ið setti treytirnar, og júst hetta helt Rick vera ørkymlandi, tí hann sá vakurleika í øllum og alla­ staðni – ikki bara á permuni á móta­ bløðum. Ein dagin á veg heim møtti Rick eini ungari gentu, sum bíðaði eftir bussinum. Hon hevði snjóhvítt hár, bleika húð og ljós eygu. Hon hevði arvaeginleikan albinismu. Eina slíka fotomodell hevði hann ongantíð sæð fyrr. Hon var hugtakandi, men ong­ an­tíð tikin við, tá ið tosað varð um vakurleika. Komin heim fór hann beint at kanna í læknabókunum, hvat albinisma var. Í bókunum sá hann bara ræðuligar myndir, sum vístu albinismu sum eina sjúku. Fólk stóðu upp ímóti vegginum í læknahølum í undirklæðum ella nakin við einum svørtum kassa fyri

eyguni, ið skuldi fjala eyguni. Men hvar vóru myndirnar av eini slíkari hugtakandi gentu, sum hann hevði sæð við bussskýlið? Tað var henda upplivingin, sum gjørdi, at Rick setti fokusið av nýggj­ um. Hann vildi gera eitt annað slag av myndum enn tær siðbundnu mynd­ir­ nar í læknabókunum við tí fyri eygað at halda fast við, at vakurleiki og góðska eisini kunnu koma til sjóndar har. Her byrjaði eisini týdningarmikla ferð hansara sum myndamaður og sum menniskja. Rick Guidotti verður at hoyra í Smæruni í Havn mikukvøldið 12. september klokkan 19. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.


MEG D |

31

Mynd:ir Rick Guidotti


Mynd: Randfríð S. Sørensen

Jónvør fegnast Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, og nýggi aðalskrivarin, Jónvør Christiansen

MEGD nýggjan aðalskrivara 1. september tekur Jónvør Christian­sen við starvinum sum aðal­skrivari í MEGD Seinastu seks árini hevur Ása Olsen røkt starvið sum aðalskrivari, og starvsnevndin í MEGD takkar henni fyri framfýsni, dugnaskap og nær­ lagni í starvinum. Tað er serliga arbeiðið við skuggafrágreiðingini til ST, sum fylti nógv frá fyrsta degi. Her setti Ása skjótt út í kortið og var ikki bangin fyri at taka av avbjóðingini. Úrslit sást týðiliga í niðurstøðunum, sum seinni vórðu sendar Føroya Landsstýri. Ása hevur eisini verið ein dyggur viðspælari hjá politiska myndugleikanum, sum í fleiri umførum hevur víst henni álit. Hetta hevur gjørt sítt til, at MEGD hevur sæð batar á fleiri økjum í samfelagnum. Jónvør Christiansen situr nú í sessinum sum aðalskrivari. Jónvør er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur drúgvar royndir bæði sum leiðari og verkætlanarleiðari.

32

| MEG D

Hon hevur eisini eftirútbúgvið seg tey seinastu árini. Í sínum virkna arbeiðs- og lestrarlívi hevur Jónvør vunnið sær víðan fakførleika, kunn­ leika og praktiskar royndir á við­kom­ andi økjum og hevur eisini royndir at fremja fyriskipanir í verki. Jón­vør hevur seinastu árini arbeitt við Dygd og Menning hjá Tórshavnar komm­ unu. Við hesum ynskir starvsnevndin í MEGD Jónvør hjartaliga til lukku við starvinum og gleðir seg til gott samstarv, ið heilt vist fer at leiða føroyska samfelagið uppaftur longur á javnrættindaleið. Vegna starvsnevndina í MEGD TÓRA VIÐ KELDU forkvinna

Tað er við gleði, at eg nú siti í starvinum sum aðalskrivari hjá MEGD frá 1. september í ár. Eg havi við áhuga lisið bókina Søgan um okkum 1981-2011, sum Erhard Jacobsen skrivaði. Bókin lýsir søguna hjá MEGD (MBF) og fjølbroytta virksemið hjá felagnum hesi mongu ár í arbeiðinum fyri javnrættindum hjá fólki í føroyska samfelagnum, sum bera brek. Arbeiðið hevur givið úrslit, og í 2009 samtykti Føroya Løgting ST- sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek. Fyrstu tíðina í starvinum fari eg at nýta til at seta meg inn í viðurskiftini á økinum og at kunna meg um, hvat forkvinna, starvsnevnd og tey 24 limafeløgini hava arbeitt við og hoyra teirra hugsan um hvørja kós, tey ætla at seta frameftir. Tað er við stórari virðing fyri teimum, sum hava brotið slóð og gingið undan, at eg taki við týdningarmikla starvinum sum aðalskrivari hjá Megd. Eg vóni, at mínar arbeiðsroyndir við menniskjum, fyrisiting og menning og mín bakgrund í sjúkrarøkt, hvørs grundarlag sambært yrkisetisku leiðreglunum skal vera virðingin fyri lívinum og tignini hjá hvørjum einstøkum menniskja, grundað á virðing fyri grundleggjandi mannarættindum, kann vera við til at stuðla undir arbeiðið, sum hevur verið og framhaldandi verður ment av fjølbroytta liðnum hjá Megd.


Mynd: Tummas Djurhuus

MEGD stimbrar Sum aðalskrivari í MEGD hevur høvuðsuppgávan í tøttum samstarvi við forkvinnuna verið at vísa á tey viðurskiftir, ið eru neyðug at broyta, um vit skulu tosa um eitt samfelag fyri øll ST-sáttmálin fyri einstaklingar, ið bera brek, er grundarlagið undir øll­ um arbeiðinum hjá MEGD, og tað hev­ur verið umráðandi at tryggja, at før­oyska lógarverkið byggir á grund­ reglurnar í ST-sáttmálanum. Fyri at kunna síggja batar á brek­ økinum er neyðugt við góðum sam­ starvi við politiska myndugleikan og embætisfólkini. Tað er somuleiðis neyðugt, at MEGD ikki bara vísir á tað, ið manglar, men at MEGD er ein aktivur viðspælari við at koma við boðum uppá, hvussu ein kann loysa avbjóðingarnar. MEGD smæðist ikki burtur, hvørki í føroyska samfelagnum ella altjóða, og tað hevur felagið víst við at ganga undan á nógvum økjum. Skugga­ frágreiðingin og niður­støðurnar hjá ST-nevndini hava víst, at MEGD stend­ur ikki aftanfyri tey stóru londini, men er minst líka væl fyri sum tey á tí økinum.

Mangan er tað hugburðurin, ið av­mark­ar okkum, og tað er mín vón, at MEGD framhaldandi fer at ganga á odda og vísa vegin bæði í Føroyum og í lond­unum rundan um okkum á brek­økinum. Vit skulu hava gott samstarv við politikarar og embætisfólk, men mest umráðandi er at hava gott samstarv við starvsnevndina og limafeløgini í MEGD, sum eru lívæðrin í felagnum. MEGD hevur eina góða og væl­ virk­andi starvsnevnd og somuleiðis eina dugnaliga og virðiliga forkvinnu, ið megnar at seta brekøkið í fokus. Nakað, ið altíð verður brúkt í Norður­ lendskum arbeiði er hetta: Einki um okkum uttan okkum. Hetta kemur væl til sjóndar í MEGD við at forkvinnan, ið sjálv ber brek, er myndin hjá felag­ num út til samfelagið. Sum orð­ini siga, einki um okkum uttan okkum er ein stórur veruleiki, tí hetta haldi eg er ein grundin til, at MEGD er

sjón­ligt á so nógvum økjum bæði í Før­oy­um og í norðurlendskum høpi. Mín vón er, at limafeløgini í MEGD duga at síggja tann fyrimunin, sum tað er at hava eina sjónliga forkvinnu, og í allar mátar eru við til at stuðla upp um bæði hennara arbeiði og annars alt arbeiði, ið verður gjørt í gerandisdegnum hjá MEGD. Nú eg eri farin í annað starv, takki eg tykkum øllum, ið varða av MEGD, fyri hesi seks spennandi ár­ini eg havi starvast í felagnum. Eg fari somuleiðis at nýta høvið at ynskja nýggja aðalskrivaranum, for­kvinn­uni og annars øllum tykkum, ið leggja alla tykkara orku í at betra um­støð­ur­nar hjá fólkum, ið bera brek, alt tað besta. Ása Olsen fyrrverandi aðalskrivari hjá MEGD

MEG D |

33


Orð og mynd: Sonne Smith

Ongan hug at knarra Hanus Samróð, masterlesandi í stjórnmálafrøði og fyrrverandi løgtingsmaður, sum býr í Havn, hevur vøddasvinn. Hann setur seg stundum í sín nýfingna koyristól. Hann sigur seg hava vunnið sítt frælsi við at koma fram, hagar hann ætlar sær í koyristólinum, men avbjóðingar eru allastaðni - Hugsa vit til dømis um bygningin, har Almannaverkið heldur til, hevur tú eina móttøku, og skalt tú koma fram til lyftuna, skalt tú upp eftir nøkrum trapputrinum, og hetta er almannaog heilsuverkið, so reint symbolskt áttu vit í hesum sambandi at hugt inneftir at ministeriinum fyrst, sigur Hanus Samró, sum eisini nevnir løg­ tings­húsið og Landsskjalasavnið. Í løg­tings­húsinum er ein inngongd við trimum trapputrinum, og við síðuna av er ein onnur inngongd til koyri­stólar. – Tað er eitt sindur skeivt, haldi eg, at tú hevur tvær inngongdir, aðra at ganga ígjøgnum og hina at verða smuglaður inn ígjøgnum bakdyrnar. Hanus Samró spyr, um vit ikki kundu borið so í bandi, at inngongdin til parla­mentið er ein einasta hurð, og tað er líka mikið, um tú gongur ella situr í koyristóli. – Tað er nakað, sum tú kundi orðn­ að við eini lítlari rampu, tí eg haldi, at symbolskt er tað óheppið, at tú 34

| MEG D

verður noyddur at smugla fólk um bakdyrnar. Hanus gongur meira enn so, men trappur eru líka stórur meinbogi hjá hon­um, um hann situr í koyristóli ella er til gongu. Hann heldur, at atkomu­ viðurskiftini eru heilt góð í nýggjum bygningum, men í teimum gomlu bygningunum við nógvum trappum er ógvuliga torført at koma fram. Gongu­ breytirnar eru heilt hampi­ligar, tó ikki so atkomiligar sum í eitt nú Paris. Alment byggjarí skal lúka ásettar treytir. Vit tí privata er nakað øðrvísi. Tí privata er ikki beinleiðis álagt at syrgja fyri, at atkomuviðurskiftini eru í lagi. Her er tað heldur ein spurningur um ans. Eitt dømi eru tey vánaligu atkomuviðurskiftini í biografinum í Havn. Eitt annað dømi er flogvøllurin í Vágum. Har hava tey ikki investerað í nakran arm, men tey hava eina lyftu. – Tað er fínt, men lyftan verður ofta brúkt til rusk og lutir og ting, ið skulu lyftast upp í flogfarið.

Hanus Samró hevur eina ferð upp­ livað, at hann bað um lyftuna, tí tað var hált og nógvur vindur. Lyftan varð verandi úti hjá flogfarinum, og Hanus skuldi ganga einar hundrað metrar frá gatini út til lyftuna. Ein maður kom, Hanus fekk hildið í armin á honum og gekk soleiðis út til lyftuna. Hanus heldur, at tað hevði verið rímiligt, at lyftan kom heilt til gatina. Hetta eigur at fáast í rættlag, sigur hann. Í slíkum føri eigur eingin ivi at valda, men tað er kortini ein royndur lutur, at ivin spøkir nógvastaðni fyri ikki at siga allastaðni, tí at hóast tann veruleika, at alt verður gjørt fyri at gera vart við atkomumøguleikar og tvørrandi atkomumøguleikar, so kundi verið líkt til, at áminningarnar eiga at verða støðugt herdar og endurtiknar. Jú, málið verður rokkið, men tíðum flytur tað seg sum steinurin hjá Sisyfos í griksku mytologiini.


ADHD-FELAGIÐ Ánna 30 512 Norðragøta Guðbjørg á Lofti, forkvinna tlf. 503855 adhdfelag@gmail.com adhd.fo

lesa.fo Tróndargøta 40 100 Tórshavn Anne-Karin Kjeld, forkvinna Telefon: 25 39 22 lesa@lesa.fo lesa.fo

Javni Postboks 1133 110 Tórshavn Fía Petersen, forkvinna Telefon: 20 80 90 javni@javni.fo javni.fo

Alzheimerfelagið Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Malan Mohr, forkvinna Telefon: 74 44 56 alzheimer@alzheimer.fo alzheimer.fo

FØROYA ASTMA/ALLERGIFELAG Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Bozena Rasmussen, forkvinna Telefon: 26 32 33 bozena@kallnet.fo

NÝRAFELAGIÐ Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Jórun Karolina Høgnesen, forkvinna jorunh@post.olivant.fo

Autismufelagið A.C. Evensens gøta 8 100 Tórshavn Heidi Aagaard, forkvinna Telefon: 50 90 31 formadurin@autisma.fo autisma.fo Cøliakifelag Føroya Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Sonja Tausen, forkvinna Telefon: 26 86 83 coliaki@olivant.fo Deyvafelag Føroya Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Maria Ellefsen, forkvinna Telefon: 31 75 97 deaf@deaf.fo deaf.fo Diabetesfelag Føroya Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn May-Britt Skoradal, forkvinna Telefon: 29 22 53 maybritts@setur.fo diabetes.fo Epilepsifelag Føroya Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Randfríð Sørensen, forkvinna Telefon: 31 39 78 rs@januar.fo epilepsi.fo Hoyr Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Majbritt Jacobsen, formaður Telefon: 51 87 58 hoyr@olivant.fo hoyr.fo

FØROYA BLINDAFELAG Íslandsvegur 10a 100 Tórshavn Ruth Thomsen, forkvinna Telefon: 31 82 22 rut@blind.dk

Parkinsonfelagið Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Durid Johannesen, forkvinna Telefon: 21 78 86 parkinson.fo@gmail.com parkinson.fo

FØROYA PSORIASISFELAG Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Kathrina F. Hansen, forkvinna Telefon: 506363 joensen.kathrina@gmail.com psoriasis.fo

Sclerosufelagið Vesturgøta 15 110 Tórshavn Hallur Thomsen, formaður Telefon: 59 87 83 sclerosufelag@sclerosufelag.fo sclerosufelag.fo

GIKTAFELAG FØROYA Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Anna Petersen, forkvinna Telefon: 31 02 37 gikt@gikt.fo gikt.fo

SINNISBATI Postboks 1184 110 Tórshavn Róa Midjord, forkvinna Telefon: 59 79 13 sinnisbati@sinnisbati.fo sinnisbati.fo

HEILAFELAGIÐ Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Maud Wang Hansen, forkvinna Telefon: 28 86 06 heilaf@olivant.fo

SPASTIKARAFELAGIÐ Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Herit Joensen, forkvinna Telefon: 21 00 48 spastikarafelagid@gmail.com

Hjartafelagið Postboks 3120 110 Tórshavn Eydna Joensen, forkvinna Telefon: 31 32 38 hjartafelag@hjartafelag.fo hjartafelag.fo

STOFFSKIFTISFELAGIÐ Landavegur 65 100 Tórshavn Anna Dahl-Olsen, forkvinna Telefon: 31 91 61 stoffskifti@stoffskifti.fo stoffskifti.fo

Parasport Føroyar Gundadalur 2 100 Tórshavn Jógvan Jensen, formaður Telefon: 31 78 79 parasport@parasport.fo parasport.fo

MEG D |

35


BROYT HVUSSU TÚ HYGGUR, OG HYGG HVUSSU TÚ BROYTIST Kom til eina øðrvísi og nýhugsandi framløgu hjá amerikanska myndamanninum Rick Guidotti í Smæruni, J.H. Schrøtersgøta 7 í Havn, mikukvøldið 12. september kl. 19.

Øll eru vælkomin Ókeypis og spennandi megd.fo


Millions discover their favorite reads on issuu every month.

Give your content the digital home it deserves. Get it to any device in seconds.