Mbf blaðið nr 1 2014

Page 1

www.mbf.fo

BLAÐ NR. 1 – september 2014

MBF við

skuggafrágreiðing

í Geneve

Ása Olsen, dagligur leiðari í MBF, og Tóra við Keldu, forkvinna, umboðaðu felagið

Eitt mennandi

skúlatilboð Á Rásini við Heiðavegi 67 í Runavík hava sjey ungfólk sín bústað, sum eisini er skúli teirra. Leiðari á Rásini er Sonni Óli Djurhuus


Vísa vilja í verki Tóra við Keldur, forkvinna

Føroyingar tosa ikki longur um, hvørji rætt­ indi tey, ið bera brek, skulu hava. Við ST sátt­ málanum eru hesi rættindi staðfest. Heldur enn at tosa um hvørji rættindini eru, so er farið at arbeiða við, hvussu hesi rættindi verða víst í verki. Ella er tað nú so? Víst er breið semja um, at vit eiga at tryggja øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi fyri øll fólk, ið bera brek, við ongum mismuni av nøkrum slagi, grundað á brekið. Tó er skrivliga ella breiða munnliga semjan í sjálvum sær ikki nóg mikið. Hesi rættindi skulu ikki skiljast sum ein vinarlig gerð ella eitt hampiligt ynski, men sum ein grund­leggjandi og natúrligur partur av einum væl­ferðarsamfelagi. Óneyðugt eigur at vera at berjast fyri hesi rættindi, men heldur eigur hann at vera eins natúrligur, sum at allir føroy­ ing­ar sjálvsagt hava rættindi til fríska luft og reint vatn. ST sáttmálin gevur ikki nýggj rættindi. Sátt­ mál­in neyvlýsir hinvegin, hvussu londini, sum hava undirskrivað sáttmálan, skulu tryggja verandi, grundleggjandi mannarættindi, tá ið tosað verður um fólk, sum bera brek. Tí hevur sátt­málin týdning, tá ið lýst skal vera, hvussu einstøk øki í samfelagnum skulu forða fyri, at fólk, sum bera brek, verða diskriminerað og soleiðis, at rættindi teirra verða vird. Sum vit týðiliga síggja í føroyska sam­ felagnum, so broytist hugburðurin til tey, sum bera brek, við tíðini. Tó eiga vit ikki at steðga á, tí enn er nakað á mál. Vit vilja burtur frá, at synd verður tikið í teimum, sum bera brek. Nei,

eins og aðrir føroyingar, eru tey einstaklingar við sama rætti at verða góðtikin sum fullgildigir borg­arar av føroyska samfelagnum. Gott er, um onnur vænta nakað av teimum og best er, um røtt krøv verða sett teimum. Við røttu um­støð­unum eru tey týðandi samfelagsligt tilfeingi. Málið hjá einum og hvørjum væl­ferð­ar­sam­ felag er jú, at borgarar liva eitt virkið lív, sum gevur møguleika at gerast so sjálvbjargin sum gjørligt. Ofta verður sagt, at eini 10% av borg­arunum bera brek. Viðurskifti hjá hesum er tó ikki bara ábyrgd hjá politisku skipanini, men øllum borgarum, tí tað er júst einstaki føroy­ingurin, sum avger hugburðin mótvegis teimum. Tilfarið í hesum MBF blaðnum er merkt av ST sáttmálanum og ferðini MBF gjørdi til Geneve við skuggafrágreiðingini. Spennandi hevur verið at fylgt við gongdini og eisini tí, sum seinastu mánaðirnar er sett á skinnarar. Víst er áhugin til staðar, men enn er nakað eftir at vísa vilja í verki. Løgmaður og landsstýrisfólk eru á einum máli um, at ST sáttmálin eigur at vera veg­ vís­arin til eitt betri samfelag fyri fólk, sum bera brek. Hesi fáu orð við vón um eitt gott samfelag fyri allar føroyingar og eg ynski tær góðan lesihug! TÓRA VIÐ KELDU

forkvinna í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum

Útgevari: Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum – Íslandsvegur 10C – 110 Tórshavn – Telefon 31 73 73 – Fax 31 08 13 – t-postur:mbf@mbf.fo heimasíða: www.mbf.fo – Skrivstovutíð: 10:00 - 15:00   Nevnd: Tóra við Keldu, forkvinna – Yvonna Hjaltalin, næstforkvinna, umboðar samskiftisbólkin Gudny Benjaminsdóttir, umboðar rørslubólkin – Anna Dahl Olsen, umboðar medisinska bólkin – Jørmund Foldbo, umboðar Sálarliga/neurotiska bólkin  Ábyrgd: Nevndin  Lagt til rættis: Sp/f Rit&Ráð tel. 22 92 42  Prent, uppseting og liðuggerð: Føroyaprent – www.foroyaprent.fo – tel. 314 555 Loyvt er at endurgeva tilfar, ella partar av tilfari (myndir undantiknar) treytað av, at keldan verður upplýst Forsíðumynd: Tórfinn Smith


ST-sáttmálin um rættindi hjá fólki, ið bera brek:

MBF sigur sína hugsan við ST

– Hvussu roynist sáttmálin í verki Tann 13. mai 2009 var ein stórur dagur hjá MBF. Tá sam­tykti Føroya Løgting, at ST-sáttmálin um rætt­indi hjá einstaklingum, ið bera brek, skuldi vera gald­andi fyri Føroyar. Men eitt var at samtykkja sátt­málan, annað var at vísa orð í verki, tí ikki fyrr enn nú byrjaði tað veruliga arbeiðið, at fáa sátt­málan settan í verk í føroyska samfelagið. Øll lond, sum hava samtykt ST sátt­ málan, skulu fjórða hvørt ár senda eina frágreiðing til ST, har tey lýsa støð­una innan brek økið og, hvussu sátt­málin verður hildin. Meginfeløgini innan brek økið í somu londum hava síðani møguleika fyri at ummæla og meta um, um londini liva upp til tað, sum teirra frá­greið­ingar siga. Í 2012, gott trý ár eftir, at Føroya løg­ting samtykti, at ST-sáttmálin skuldi verða galdandi fyri Føroyar, hevur Føroya Landsstýri sent sína frágreið­ing til ST saman við donsku stjórn­ini. Víst verður á, hvussu Lands­ stýrið metir, at ST- sáttmálin fyri ein­ stak­lingar, ið bera brek, verður hildin í Føroyum. MBF hevur í januar 2014 sent eina neyvt raðfesta skuggafrágreiðing

til ST viðvíkjandi teimum økjum, har Føroya landsstýri ikki hevur tikið nøkt­ andi stig til fult út at yvirhalda tað, sum Løgtingið hevur bundið seg til við at seta ST- sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í gildi í Føroyum. Skuggafrágreiðingin hjá MBF hevur verið ávegis eitt gott ár. Limafeløgini í MBF hava fingið møguleika at senda tilfar til frágreiðingina inn til MBF skrivstovuna. Formansfundir hava verið, har skuggafrágreiðingin hevur verið til viðgerðar. Í august fingu øll lima­feløgini í MBF skugga­frá­greið­ ing­ina til hoyringar, áðrenn hon varð týdd til enskt og spanskt. Í apríl 2014 vóru umboð fyri MBF sam­an við einari sendinevnd úr Danmark í Geneve, har sjónarmiðini hjá MBF vóru viðgjørd. MBF fekk

møgu­leika fyri bæði at hava fund við umboð fyri ST og at leggja fram ein topp trý lista fyri ST nevndina. Hetta er fyrstu ferð, at MBF hevur havt møguleika fyri, at tala sakina hjá fólk­um, ið bera brek í ST, og kann ikki sigast annað enn, at hetta er ein stór hending. Í september fær MBF enn ein møgu­ leika fyri bæði at leggja síni sjónarmið fram fyri ST nevndina í Geneve og at verða hjástødd, meðan umboð fyri Føroya landsstýri, skulu til próvtøku, viðvíkjandi ST-sáttmálanum. MBF-blaðið hevur sett løgmanni og landsstýrisfólkum spurningar í sam­ bandi við ymisk viðurskifti í sátt­mál­ anum, har MBF ikki heldur at sátt­ málin verður fylgdur.

MBF

|

3


ST-SÁTTMÁLIN

Bannar

øllum mismuni vegna brek Orð: Tórfinn Smith

ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur í Sameindu tjóða hin 13. desember 2006. 13. mai 2009 samtykti Føroya Løgting, at hesin sáttmáli eisini skal galda fyri Føroyar. Sáttmálin sigur, hvørji rættindi fólk, ið bera brek, hava, og hvussu hesi rættindi skulu tryggjast. Sambært sáttmálan eru fólk, ið bera brek, einstaklingar, sum eru rørslutarnaðir, sálarliga brekaðir, menningartarnaðir, blindir, sjónveikir ella hoyrnveikir. Høvuðstættirnir í sáttmálanum eru, at virðing skal verða sýnd øllum, og at fólk eiga sjálvi at sleppa at taka sínar egnum avgerðir. Virkast skal fyri at fólk, ið bera brek, kunnu vera í samfelagnum, og at mannamunur er bannaður. Virt skal verða at fólk eru ymisk, at øll eiga somu møguleikar, menn og kvinnur eiga at hava javnrættindi, ansast skal eftir rættindunum hjá børnum, ið bera brek, og at góð atgongd skal verða tryggjað øllum. Lógir broytast Eitt er at gera ein sáttmála. Hann skal eisini síggjast aftur í verki, og tí er neyðugt at gera ávísar lógarbroytingar og tillagingar í lógarverkinum í hvørjum landi, eins og fólk broyta siðvenjur og vanar sum elva til at mannamunur verður gjørdur

4

| MBF

á fólki sum bera brek. Sáttmálin ger eisini greitt, at áhugafelagsskapir, sum virka fyri rættindum hjá fólki sum bera brek, fáa møguleika at arbeiða saman við politisku myndugleikunum. Ítøkiligur sáttmáli ST-sáttmálin, sum er í hálvthundrað greinum, er rættiliga drúgvur lesnaður og nágreinar øll øki, sum sáttmálin fevnir um. Ógvuliga grundleggjandi eru ásetingarnar sum snúgva seg um javnrættindi millum fólk sum bera brek og onnur. Hetta bæði tá tað snýr seg um lógarásettar reglur, og tá tað snýr seg um hugburð. Lógarverkið skal tryggja øllum sama rætt til lógarvernd og banna mannamuni, og greinin um hugburð snýr seg um virðing fyri rættindum hjá fólki sum bera brek og hvussu týdningarmikið tað er at byrjað frá børnum av at hava ein virðiligan hugburð mótvegis fólki, ið bera brek og at fjølmiðlar gera sítt til tað eisini. Atkoma í breiðastu merking Atkoma er so mangt og ikki minni grund­leggjandi fyri yvirhøvur at

kunna liva og virka í samfelagnum. Í sátt­málanum eru neyvar ásetingar á ymiskum økjum tá tað um atkomu seg snýr seg. M.a. atkomumøguleikar til bygningar, umhvørvi, samferðslu og kunning. Allar forðingar í sambandi við atkomu til bygningar og umhvørvi, sum eru ætlað til almenna nýtslu, skulu takast burtur. Sama í sambandi við ferðatænastu, soleiðis at fólk við breki allastaðni kunnu ferðast sjálvstøðugt og trygt. Somuleiðis verður stórur dentur lagdur á atgongd og luttøku í mentanarlívi, frítíðarvirksemi,- m.a. ítrótti. Her verður serliga hugsað um at allar sjón- og útvarpssendingar og annað mentanartilfar verður atkomiligt, atkomu til ymiskar mentanarstovnar eins og at fólk, sum bera brek, fáa møguleika at skipa fyri og vera við í serligum ítróttargreinum. Øll líka fyri lógini Sáttmálin viðger eisini spurningin um løgfrøðiligu støðuna hjá fólki, sum bera brek. Tað verður gjørt greitt, at fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum øll onnur, og at tey somuleiðis


Brotna stólin framman fyri ST skrivstovuna á Place des Nations í Geneve hevur listamaðurin Daniel Berset sniðgivið, og timburmaðurin Louis Genève gjørt. Hann vigar eini 5,5 tons og er 12 metur høgur. Fjórða beinið er knúst og skal minna á, at bann eigur at vera sett fyri at leggja og nýta landminur.

eiga at fáa ta hjálp teimum tørvar, og at tey hava somu atgongd til rættarskipanina sum onnur. Frælsi og virðing Frælsi og virðing eru millum lyklaorðini í sáttmálanum. M.a. verður sagt, at fólk, ið bera brek, hava sama rætt til frælsi og tryggleika sum onnur, og at hetta frælsið má ikki avmarkast, bara tí fólk hava brek. Somuleiðis verður gjørt greitt, at forboð eigur at verða sett ímóti at bera seg óvirðiliga at mótvegis teimum, og kunnast skal um hvussu forðast kann fyri harðskapi, og hvar ein kann leita sær hjálp. Greinir eru eisini um virðing fyri heima- og familjulívi. Fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur sjálv at velja hvørjum landi tey vilja búgva í, hava ríkisborgararætt

í, ella ferðast til. Somuleiðis skulu fólk ið bera brek hava møguleika at velja sjálvi, hvar tey vilja búgva og saman við hvørjum. Sama tá tað snýr seg um vanlig demokratisk rættindi, so sum at bera fram sínar áskoðanir og at upplýsingar eru atkomiligar og lættar at skilja og taka atlit til tørvin hjá fólki, ið bera brek. Eitt nú við punktskrift, teknmáli, ljóðbondum, lættlisnum teksti ella øðrum samskiftisháttum. Av øðrum viðurskiftum, sum sátt­ málin ásetur eru rætturin til útbúgving, har tillagingar skulu verða gjørdar, soleiðis at tey fáa javnbjóðis rætt til út­búgving, uttan at mismunur verður gjørdur, og sama tá tað snýr seg um atgongd til heilsutænastur, førleikavenjing og enduruppvenjing. Fólk, ið bera brek, hava rætt til arbeiði

og løn javnbjóðis øðrum. Til tess skal almenni arbeiðsmarknaðurin vera atkomiligur og til tað krevjast hóskandi tillagingar. Sáttmálin skal haldast ST tryggjar sær eftirlit við at hvørt landið, sum hevur sett sáttmálan í gildi, eisini heldur hann, og tí skulu lond senda ST frágreiðing um, hvat er gjørt fyri at halda sáttmálan. Sagt verður, at umráðandi er at samstarva við áhugafelagsskapirnar hjá fólki ið bera brek tá hesar frágreiðingar verða skrivaðar. Ein sjálvstøðug altjóða nevnd tekur ímóti hesum frágreiðingum og hevur eftirlit við hvussu sáttmálin verður útintur í verki.

MBF

|

5


ST-SÁTTMÁLIN

Við

skuggafrágreiðing í Geneve Í døgunum 14. og 15. apríl vóru umboð fyri MBF – Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum – í Geneve og løgdu fram skugga­ frá­greið­ing viðvíkjandi ST sáttmálanum um rættindi hjá ein­ stak­lingum, sum bera brek. Framløgan var í Palais Wilson, sum er høvuðs­sætið fyri mannarættindi hjá ST. Hetta var ein serstakur møgu­leiki fyri MBF, sum er meginfelagið og harvið umboðar tey 24 limafeløgini við umleið 4000 limum.

Tey, ið umboðaðu MBF í Geneve í apríl vóru Ása Olsen, sum er dag­ ligur leiðari í MBF og sum hevur havt ábyrgdina av frágreiðingini, og Tóra við Keldu, sum tá sat sum starvs­ nevndar­limur, men sum varð vald til for­kvinnu í MBF á aðalfundinum tann 7. mai 2014. Arbeiðið við skuggafrágreiðingini byrj­aði í november 2012, har ætlanin um at gera frágreiðingina varð løgd fram á formansfundi og har for­menn­ inir fingu kunning um frá­greið­ingina, sum Landsstýrið hevði sent inn. Heitt var á allar formenn um at senda tilfar inn til skrivstovuna í MBF. Tað gjørdist skjótt greitt, at neyð­ ugt varð at gera eina neyvt rað­festa frágreiðing, tí at MBF fekk einans tillutað 5 A4 síður, sum partur av frágreiðingini hjá Danske Handi­cap­ organisationer, hereftir DH. Hesa tíðina arbeitt varð uppá

6

| MBF

frá­­greið­ingina, var nógv samskifti við limafeløgini og var skugga­frá­ greiðingin til viðgerðar á for­mans­ fund­um o.l. Tá ið frágreiðingin var liðug, varð hon send til hoyringar hjá øllum limafeløgunum, so at øll kundu fáa møguleika at gera viðmerkingar og síðan var aftur formansfundur, har frá­greiðingin varð gjøgnumgingin og endaliga viðgjørd. Sigast kann, at tað var sera áhuga­ vert at arbeiða við frágreiðingini, sjálvt um nógvar avbjóðingar vóru á vegnum. At MBF bert fekk 5 A4 síður, sum síðan varð broytt til 6 A4 síður, sum partur av frágreiðingini hjá DH, var bæði avbjóðandi, men eisini til fyri­ mun fyri MBF. Orsakað av hesum var neyðugt, at gera eina rættiliga ítøkiliga frágreiðing, sum sjálvt um hon er stutt, hevur ein boðskap, so at myndugleikarnir beinanvegin kunnu

síggja, hvat tað er MBF vísir á og ynskir broytt. Við so lítlum plássi, sum MBF fekk til sína frágreiðing, er ongin møguleiki fyri at viðgera allar greinarnar í ST sáttmálanum. Geneve Tann 13. apríl komu vit til Geneve. Veðrið var gott, sól og stilli, og fleyg flogfarið ein eyka túr uppiyvir býnum, so ferðafólkini kundu síggja, hvussu vakurt tað er í Sweits. Tá vit vóru komin til Geneve, fingu vit møguleika at luttaka í ymiskum work­shops um ymiskar greinar í ST sáttmálanum, eisini vóru vit og sigldu á Geneve sjónum, og annars á rundtúr í sjálvum býnum. Býurin er sera vakur, og eru nógvir bæði nýggir og gamlir bygningar. Palais Wilson, har fundir og framløgur vóru, er ein gamal men stórfingin bygningur. Tann 15. apríl 2014, kom so tann


stóri dagurin, har vit fyrst høvdu ein fund við Martin Babu, sum hevur høvuðsábyrgdina av før­oysku, don­ sku og grønlendsku frá­greið­ing­un­ um. Á hesum fundi, fingu vit lagt fram okkara sjónarmið og gjørdist tað skjótt greitt fyri okkum, at vit máttu spíla okkum út, um vit skuldu blíva hoyrd í ST. Tað var trupult hjá Martin Babu at skilja støðuna millum Føroyar og Danmark, og at Føroyar er eitt land, og at umstøðurnar eru ymiskar í Føroyum í mun til í Danmark. Tá hesin fundurin var liðugur, var síðani tann stóra løtan, har vit saman við donsku sendinevndini skuldu inn í tann stóra salin og har halda røðu fyri ST nevndini og síðani svara spurn­ ingum frá nevndini. Hetta er nevni­liga fyrstu ferð, at brekøkið í Føroyum hevur havt umboð í ST, sum hevur havt møguleika at tala sína sak. Tað er somuleiðis

eisini fyrstu ferð, at tað hevur verið møgu­ligt, at senda eina frágreiðing við boð uppá loysnir til ST, og har verða viðgjørd saman við restini av heiminum, ein sera stór løta. Vit tosa nógv um globalisering, og er hetta ein partur av globaliseringini innan brekøkið, og eru vit í MBF stolt av, at verða við á hesum støði. Eftir at vit høvdu lagt fram okkara sjónarmið og ein topp 3 lista fyri ST nevndina, hevur nevndin sent ein sokallaðan „list of issues“ til MBF, og hava vit aftur sent svar uppá hendan listan, soleiðis sum vit síggja støðuna. Í september skulu Ása Olsen og Tóra við Keldu aftur umboða MBF í Geneve, hesaferð kemur Tóra at um­boða MBF sum forkvinna, og verð­ur aftur tá møguleiki fyri, at hava eina framløgu fyri ST nevndini, áðrenn Landsstýrið skal til próvtøku

fyri somu nevnd. Ása og Tóra koma at verða hjástaddar, tá umboð fyri Lands­stýrið skulu svara spurningum frá ST nevndini, og síggja vit í MBF hetta sum ein stóran fyrimun, í sam­ band við framhaldandi arbeiði við ST sáttmálanum. MBF sær tað sum sera umráðandi, at felagið framhaldandi heldur lív í øllum arbeiðinum viðvíkjandi sátt­mál­ an­um, og at ST sáttmálin er grundar­ lagið undir øllum arbeiðinum hjá MBF. Tað mest umráðandi er tó, at tey økir, sum eru viðgjørd í skugga­frá­ greið­ingini ikki verða við aftur um fýra ár, tá MBF skal senda sína næstu frágreiðing til ST.

MBF

|

7


ST-SÁTTMÁLIN

Skugga­ frágreiðing

Carita Bjørklund, sum var forkvinna tá skuggafrágreiðingin varð skrivað, gekk á odda at skapa neyðugu karmarnar fyri at verkætlanin kundi gerast veruleiki

Ískoyti til frágreiðing hjá Danmark frá: MBF Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum. Orsakað avmarkaðum plássi verður ein neyvt raðfest frágreiðing send viðvíkjandi teimum økjum, har Føroya Landsstýrið ikki hevur tikið nøktandi stig til fult út at yvirhalda tað, sum Løgtingið hevur bundið seg til, við at seta ST- sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í gildi í Føroyum. Tað hevur ikki verið møguligt at gjøgnum­ganga allar greinarnar í sátt­ málanum. Tann 13. mai 2009 samtykti Føroya Løg­ting, at sáttmálin skuldi vera gald­­andi fyri Føroyar. Í sambandi við arbeiðið at gera frá­ greiðing til ST eru limafeløgini í MBF og Teknmálstulkatænastan tikin við. Føroyska samfelagið: Er býtt sundur í alment og kommunalt stýri. Tað almenna hevur ábyrgd av flestu útreiðslum viðvíkjandi út­búgv­ ing, heilsu, sosialum veit­ing­um, eldra­røkt og pensjónum. Føroyar eru eitt lítið samfelag við 48.000 íbúgvum. Viðvíkjandi

8

| MBF

fólka­skúl­anum hava kommunurnar ábyrgd av bygningum, ímeðan Menta­­mála­ráðið hevur ábyrgdina av undir­vísingini og øllum, ið hartil hoyrir. Grein 4, a og b Almennar skyldur: Viðmerkingar frá feløgunum: Frágreiðingin frá Landsstýrinum vísir á, at Føroyar hava ein brekpolitikk, sum byggir á meginregluna um javn­ ing, sektorábyrgd, samhaldsfesti og líka rætt. Hvør sektorur hevur ábyrgd av at veita fólki, sum bera brek, tilboð. Í Føroyum er onki samstarv millum sektorarnar, tað er heldur ongin sam­ an­hangandi brekpolitikkur á økinum. Ongin samskipan er ímillum sektor­ arnar, umframt at stuðul verður veittur uttan samanhang, og tí verður tað ein sundurpettan av átøkunum, sum borgarar, sum bera brek, uppliva sum kassahugsan, manglandi saman­­hangur, manglandi góðska og bíði­tíð. Í veruleikanum kemur átakið ongan­tíð so tætt málinum, at per­són­

urin, sum ber brek, verður javnt still­ aður við onnur. Feløgini heita á ráðið um at mæla Lands­stýrinum til at seta í verk ein brek­politikk við serligum atliti til saman­hang og samstarv ímillum sek­torarnar. Grein 5, 1-3 Javnrættindi og eingin mismunur: Viðmerkingar frá feløgunum: Frágreiðingin frá Landsstýrinum sig­ ur, at Almannamálaráðið í 2002 setti Ráðið fyri Brekað, sum skal ráð­geva myndug­leikunum og at varpa ljós á brek­politisk evnir o.l. Sjálvt um Ráðið fyri Brekað aftur og aftur hevur víst á umstøður, har per­ sónar, sum bera brek, eru fyri manna­ muni, hevur Landsstýrið ikki skyldu til at fylgja tilmælum frá Ráðnum fyri Brekað. Landsstýrið vísir til lóg um for­boð fyri at gera mismun á arbeiðs­markn­ aðinum, men ongin ávís lóg forðar fyri mismuni í hinum sektor­unum í samfelagnum.


Inni í Palais Wilson, sum er sætið fyri mannarættindi hjá ST, fekk Ása Olsen høvið, fyri MBF, at hava framløgu grundað á skuggafrágreiðingina.

Feløgini heita á ráðið um at mæla Landsstýrinum til at viðtaka forboð ímóti mismuni orsaka av breki í øllum sektorum í samfelagnum. Grein 9, 1. a og b Atkoma: Viðmerkingar frá feløgunum: Landsstýrið vísir til kunngerð nr. 149 frá 3. desember 2009 um atkomu. Kunngerðin setur krøv til bygningar, sum hýsa almennum tænastum og til bygningar, sum hýsa matstovum, handlum og skrivstovum, hvørs arbeiðs­­øki er ætlað fyrisiting og ser­ tæn­astum. Kunngerðin leggur ikki upp til, at tað fær avleiðingar, um hon ikki verður fylgd. Feløgini heita á ráðið um at mæla Lands­stýrinum til at seta í verk møgu­ leika fyri revsing, um kunn­gerðin ikki verður fylgd. Grein 19. a, b, c At liva sjálvstøðugt og verða tikin upp í samfelagið: Viðmerkingar frá feløgunum: Í Føroyum er sjáldsamt at fólk, sum bera brek, hava møguleika fyri at velja, hvar og saman við hvørjum, tey ynskja at búgva. Bíðitíðin at fáa egnaðan bústað er

fleiri ár og tænastustøðið í bíðitíðini kann vera lágt. Átaluverd er eisini tænastan, sum verður veitt í vardum íbúðum. Hendan tænastan er sjáldan stýrd av borgaranum, sum skal hava tænastuna. Ongin lóg ella kunngerð tryggjar fólk, sum bera brek, tá ið verkfall er. Tað kemur fyri at fólk, sum bera brek, sum búgva á sambýlum ella vardum bústøðum, mugu flyta úr heimi teirra og heim til familju ella til størri eindir, tá ið verkfall er. Feløgini heita á ráðið um at mæla Landsstýrinum til at byggja tíðar­ hósk­andi bústaðir kring landið og tryggja, at fólk, sum bera brek, fáa ta hjálp, sum er neyðug, tá ið verk­fall er, so tey ikki eru tvungin at flyta úr heimi teirra. Eisini er tað eitt ynski, at stuðulin til borgaran verður borgara­ stýrdur. Grein 21. a, b, og e Talifrælsi, meiningarfrælsi og atgongd til upplýsingar: Viðmerkingar frá feløgunum: Vísandi til ST- sáttmálan skulu londini, sum hava samtykt sáttmálan, taka øll atlit fyri at tryggja, at fólk, sum bera

brek, hava tali- og meiningarfrælsi umframt atgongd til kunning. Í Føroyum kunnu fólk, sum eru tung­hoyrd, ikki fylgja við í gerandis­ degnum ella hoyra tíðindi í sjónvarpi ella útvarpi. Ongin skrivitulkur er og sendingar, sum verða sendar í sjón­ varpinum, verða ikki tekstaðar. Fólk, sum eru deyv og tørva tekn­máls­ tulk, fáa altíð gomul tíðindi, tí tíðindi í sjón­varpi verða send við tekn­máls­ tulki dagin eftir, tey eru send í sjón­ varpinum. Feløgini halda, at tað er at gera mannamun, at fólk, sum eru deyv, ikki kunnu fáa tulkað sjónvarpstíðindi fyrr enn dagin eftir, tey eru send í sjónvarpinum. Fólk, sum hava menningartarn, kunnu heldur ikki fylgja við í ger­andis­ degnum og í tíðindum í kring­varp­ inum, tí mangul er á atkomu­møgu­ leik­um fyri hendan bólkin av fólki. Feløgini heita á ráðið um at mæla Lands­­stýrinum til at tryggja øllum atgongd til tíðindi, eisini útvarpsog sjón­varpssendingar í Kringvarpi Føroya. Hetta merkir, at tíðindi og onn­ur kunning skal leggjast til rættis eftir einari breiðum úrvali av møgu­

MBF

|

9


ST-SÁTTMÁLIN Ása Olsen leggur fram fyri ST ráðnum inni í Palais Wilson

leikum, sum røkja tørvin hjá fólki, sum bera brek, líka mikið, hvat brekið er. Grein 24. 1, a, b, c og 2. a, b, c, d, e og 3. a, b, c, og 4-5 Útbúgving Viðmerkingar frá feløgunum: Frágreiðingin frá Landsstýrinum vísir á, at Mentamálaráðið hevur eina kunn­gerð viðvíkjandi undirvísing í og á teknmáli, og at børn og ung, sum hava teknmál sum fyrsta mál, hava rætt til teknmálstulk undir allari skúla­gongdini. Landsstýrið vísir á, at pen­ingur er játtaður á fíggjarlógini til ljóð­bøkur til fólk, sum eru blind. Landsstýrið vísir somuleiðis á, at fólk, sum bera brek, hava rætt til undir­vísing á jøvnum føti við onnur, og at hetta verður framt í verki við Salamanca-yvirlýsingini og visjónini um ein fólkaskúla fyri øll. Víst verður til Fólka­skúlalógina. Arbeiðið við inklusjón í skúlanum er ikki nøktandi. Børn, sum hava autismu-spektrum-órógv, børn, sum hava menningartarn, ella børn, sum eru tunghoyrd, uppliva í nógv­um før­ um, at tey verða útihýst frá fólka­ skúlanum. Fyri børn, sum hava menningar­ tarn, og børn, sum hava autismuspektrum-órógv, sýnist tað sum skúl­ arnir royna at gera børnini normal, heldur enn at arbeiða við at gera felagsskapin inkluderandi. Tá tað ikki eydnast fyri hesar næmingar at fylgja

10

| MBF

við í vanliga námssetninginum, verða tey víst til serskúla ella serstovu, sum er á skúlanum. Fyri ung fólk, sum hava autismuspektrum-órógv, eru rættiliga fá dygdar­góð skúlatilboð. Feløgini heita á ráðið um at áleggja Lands­stýrinum at broyta Fólka­skúla­ lógina, so at lógin setur karmar fyri inklu­sjón av næmingum við serligum tørvi í vanligu undirvísingini og lagar kæru­møgu­leikarnar til ein inklud­er­ andi fólka­skúla. Feløgini vísa á tørvin, at lærarar fáa eftir- og víðari útbúgving soleiðis, at teir fáa neyðuga vitan um, hvussu børn, sum bera brek, kunnu verða inkluderað. Eftir Fólkaskúlan eru tað nærum ongi nøktandi skúlatilboð fyri ung, sum hava menningartarn. Ung, sum eru deyv, hava bert møguleika fyri víðari útbúgving í teimum førum, har Mentamálaráðið játtar pening til tekn­ mál­stulk. Í nógvum førum, kann ein næm­ingur bíða 1 til 2 ár1, áðrenn møgu­leiki er fyri víðari útbúgving. Orsakað manglandi skúlatilboð til børn við autismu-spektrum-órógv, menningartarni og børnum, sum eru deyv, velja nakrar familjur at flyta til Danmark, har tey kunnu fáa betri skúlatilboð til børn teirra.2 Feløgini heita á ráðið um at mæla Lands­stýrinum til at skipa útbúgv­ing­ ar møguleikar fyri ung við autismu-

spektrum-órógv, fyri ung, sum eru deyv, og fyri ung, sum hava menn­ ingar­tarn. Grein 25. 1. a og b Heilsa: Viðmerkingar frá feløgunum: Frágreiðingin frá Landsstýrinum vísir á, at tað sum heild verður arbeitt fyri at stytta bíðitíðina innan heilsu­ verkið. Tó er støðan tann, at bíðitíðin at verða sjúkugreinaður innan barna­ psykiatriina er 1 ½ til 2 ár. 3 Persónar, sum hava autismuspektrum­-órógv og persónar, sum eru menn­ingartarnaðir, uppliva, at hjálp og stuðul eru tengd at, um ein er blivin sjúkugreinaður. Feløgini heita á ráðið um at mæla Lands­stýrinum til at finna loysnir so­leiðis, at tað ikki er sjúkugreiningin, sum ger av, hvørja hjálp tað ber til at fáa. Feløgini heita somuleiðis á Lands­stýrið um at finna loysnir so­leiðis, at bíðitíðin fyri at verða sjúku­­grein­aður verður stytt. Grein 26. 1,a: Menning og endurmenning: Viðmerkingar frá feløgunum: Frágreiðingin frá Landsstýrinum vísir á, at stig eru tikin til, at stovna tvør­fak­ liga endurmenning á heilsuøkinum. Tað er ongin „service lóg“ ella lóg um menning og endurmenning í Føroyum. Fyri fólk, sum bera brek, eru hesar tænastur rættiliga um­ráð­


andi, tá ið tær skulu stuðla undir, at borgarin gerst sjálvbjargin og endur­ vinn­ur nakrar av teimum før­leik­um, hann hevur mist. Um ongin lóg er á økinum, sum tryggjar eitt minsta mark av tænastu, verður tænastan í mongum førum tilvildarlig og tengd at, hvar í landinum ein býr. Feløgini heita á ráðið um at mæla Landsstýrinum til at lóggeva á hesum økinum. Hetta so at tænastan til fólk, sum bera brek, verður virkin skjótast gjør­ligt og verður bygd á eina tvør­ fak­liga borgarastýrda tænastu.

an møguleika fyri at atkvøða sjálv­ støð­ugt. Atkvøðuseðlarnir eru bert á van­ligum máli. Tað vildi bøtt um møgu­leikan at atkvøtt sjálvstøðugt, um at­kvøðu­seðlarnir høvdu mynd av val­evnunum, og um møguleiki var at nýta teldutøkar atkvøðuseðlar. Feløgini heita á ráðið um at mæla Lands­­stýrinum til at brúka atkvøðu­ seðlar, sum hava mynd av val­evn­ un­um og teldutøkar atkvøðuseðlar so­leiðis, at eisini veljarar, sum hava menn­­ing­artarn, og fólk, sum eru blind, sjálvstøðugt kunnu atkvøða.

Grein 27. 1. a, b og c arbeiði og starvssetan: Viðmerkingar frá feløgunum: Frágreiðingin frá Landsstýrinum vís­ ir til lóg um forboð móti mismuni á arbeiðs­marknaðinum orsakað av breki. Tað er sera trupult at fáa Lands­ stýrið at javn­stilla rest arbeiðsførleika við van­ligan arbeiðsførleika.4 Eisini er tað trupult at fáa Landsstýrið at tryggja fólki, sum bera brek, arbeiðs­ møgu­leikar soleiðis, at tey fíggjarliga klára seg á jøvnum føti við onnur. Feløgini heita á ráðið um at áleggja Lands­stýrinum at skapa arbeiðs­ møgu­leikar fyri fólk, sum bera brek, inn­an tað almenna og privata soleiðis, at tey fíggjarliga gerast sjálvbjargin.

Grein 30, stk. 1. a, b, c. At vera uppi í mentanarlívi, ítrivi, frítíðarlívi og ítrótti: Viðmerkingar frá feløgunum: Atkoma til sendingar hjá Kringvarpi Føroya eru soleiðis, sum Landsstýrið vísir á, tengt at einum Public Service sátt­mála, sum skal tryggja, at tíðindir verða teknmálstulkaðið og sendingar, sum hava stóran almennan áhuga og týdn­ing, skulu tekstast og-/ella tekn­ máls­tulkast. Fólk, sum eru deyv, kunnu í nógv­ um førum ikki fylgja við, um ein send­ ing verður tekstað, og fólk, sum eru tunghoyrd, hava sjáldan lært tekn­ mál, so ógjørligt er at loysa avbjóð­ ing­arnar, sum hesi bæði brekini geva, við antin teknmál ella undirtekstum. Feløgini ynskja, at ein loysn verður funnin soleiðis, at bæði fólk, sum eru deyv, og fólk, sum eru tunghoyrd, kunnu fáa atgongd til allar sendingar hjá Kringvarpinum. Stórur mangul er á samskiftis­møgu­ leik­ar fyri fólk, sum eru menn­ingar­ tarnað, so tey kunnu fáa atgongd til Public Service sendingarnar hjá Kring­varpi Føroya. Tá hesin bólkurin er rætti­liga stórur, er tað samstundis

Grein 29.stk. a, i at vera við í politiskum og almennum lívi: Viðmerkingar frá feløgunum: Frágreiðingin frá Landsstýrinum vísir til Løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um valrætt til Tingið, grein nr. 26, sum snýr seg um atkomu til valstaðið. Veljarar, sum eru menningartarnaðir, hava veikt talumál, eru lesiveikir og fólk, sum eru blind, hava nærum ong­

ein stórur partur av Føroya fólki, sum ikki hevur atgongd til sendingarnar hjá Kringvarpi Føroya. Feløgini heita á ráðið um at mæla Lands­stýrinum til at taka ábyrgd fyri, at fólk, sum eru menningartarnað, kunnu fáa atgongd til sendingar hjá Kring­varpinum, film, sjónleik og onnur mentunar tiltøk á ein, fyri tey, at­komu­ligan hátt. Fólk, sum bera brek, og sum hava tørv á einum stuðli fyri at luttaka í tiltøkum, mugu gjalda bæði fyri seg sjálvan og fyri stuðulin. Hetta er eisini galdandi viðvíkjandi ferðing. Feløgini heita á ráðið um at áleggja Landsstýrinum at skipa soleiðis fyri, at fólk, sum bera brek, og sum hava brúk fyri stuðli, bert gjald fyri sína egnu luttøku og egnan ferðaseðil. Grein 33, 1. Innlendis ígildisetan og eftirlit: Viðmerkingar frá feløgunum: Ongin samlað ætlan er fyri brek­ politikk ella íverksetan av sama. Tá ST-sáttmálin fyri fólk, sum bera brek, varð settur í gildi í Føroyum í 2009, var tað Uttanríkismálaráðið, sum hevði ábyrgdina av at seta í verk sáttmálan í føroyska samfelagnum. Fyri nøkrum árum síðani varð Uttan­ ríkis­ráðið niðurlagt, og síðan er tað onki ávíst aðalráð, sum hevur havt ábyrgd­ina av at seta sáttmálan í verk í føroyska samfelagnum. Feløgini heita á ráðið um at áleggja Lands­stýrinum at gera eina ætlan fyri, hvussu sáttmálin skal setast í verk í føroyska samfelagnum og geva einum aðalráði ábyrgdina av at sam­ skipa leiðsluna av hesum arbeiði. Vinarliga MBF

MBF

|

11


LØGMAÐUR

AMR skal miðsavna Annika skal tryggja at sáttmálin verður framdur í verki MBF heldur, at landsstýrið, á ávísum økjum ikki hevur tikið nøktandi stig við tí úrsliti, at sáttmálin ikki verður hildin fult og heilt. Yvirskipað vísir MBF á, at eingin samlað ætlan er fyri brek­politikk ella íverksetan av sama. Felagið sigur, at tá ST-sáttmálin fyri ein­stak­lingar, ið bera brek, varð settur i gildi í Føroyum í 2009, var tað Uttanríkisráðið, sum hevði ábyrgd­ina av at seta í verk sáttmálan í føroy­ ska samfelagið. Fyri nøkrum árum síðani varð Uttanríkisráðið niður­ lagt, og síðani er tað onki ávíst aðal­ ráð, sum hevur havt ábyrgdina av at seta sáttmálan í verk í føroyska samfelagnum. Hetta førir við sær, at hvørt einstakt aðalráð roynir í sínum lagi at gera sum best. § 33 í ST-sáttmálanum Sambært § 33 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, skulu limalondini, stovna eina ella fleiri savnandi eindir í mið­fyri­sit­ ing­ini. Eisini skulu lima­londini tilnevna eina ella fleiri sjálv­støðugar eindir til at røkja upp­gáv­una at verja og hava eftirlit við, at ásetingarnar í sátt­ málanum verða settar í verk. §33 sigur somuleiðis, at samfelagið sum heild, serliga fólk, ið bera brek, og tey feløg, ið umboða tey, skulu verða knýtt at og fult og heilt tikin við í eftirlitsgongdini. Um vit hyggja eftir, hvussu eitt nú

12

| MBF

Danmark og Grønland hava skipað síni viðurskiftir, hevur eitt ávíst aðal­ráð í Danmark ábyrgdina av, at sáttmálin verður settur í verk. Í Danmark er Mannarættindastovnur stovn­aður, og ein líknandi stovnur er ávegis í Grønlandi. Í viðmerkingunum frá ST nevndini verður beinleiðis spurt inn til, nær Lands­stýrið ætlar at seta á stovn líknandi skipan, sum í Danmark og Grønlandi. MBF-blaðið hevur spurt løgmann um landsstýrið hevur gjørt sær nakrar tank­ar um, hvat aðalráð skal hava ábyrgd­ina av at seta ST-sáttmálan í verk og tryggja at hann verður hild­in og nær ætlanin er at seta §33 í sátt­ málanum í verk? Løgmaður vísir á grein 33, sum snýr seg um innlendis ígildisetan og eftirlit, har ásett verður, at sátt­mála­ partarnir skulu tilnevna eina ella fleiri mið­savnandi eindir (focal points) í lands­fyrisitingini í sambandi við, at áset­ingarnar í sáttmálanum verða settar í gildi í innlendis lóggávu. Greinin ásetir somuleiðis, at sátt­ mála­parturin eigur at geva tí hóskandi ans at stovna ella tilnevna eina sam­ skip­andi eind í landsfyrisitingini fyri at lætta um tiltøk, ið líkjast á teimum ymisku málsøkjunum og ymsu stig­ unum. Í pkt. 2 verður ásett, at limalondini skulu samsvarandi løgligu og um­sit­

ingar­ligu skipan teirra, tilnevna eina ella – eftir tørvi – fleiri sjálvstøðugar eindir, sum kunnu hava eftirlit við, at áset­ingarnar í sáttmálanum verða settar í gildi í innlendis lóggávu. Talan er sostatt um tríggjar mekanismur, sigur løgmaður sum fer at leggja mið­ savn­andi uppgávuna sambært grein 33, pkt. 1, til landsstýriskvinnuna í Almanna­málum. Hetta verður gjørt fyrsta dagin. Kaj Leo Holm Johannesen, løg­ maður, sigur, at miðsavnandi eindin (focal point) hevur til uppgávu at tryggja, at rættindi sambært sátt­ mál­anum verða framd í verki. Hetta verður gjørt m.a. við at vísa við­kom­ andi myndugleikum á, hvar neyð­ ugt er við átøkum fyri at fremja sátt­ málan, at luttaka í rapporteringum til ST og tryggja, at tilmælini frá ST koma til rætta myndugleika, soleiðis at tey kunnu verða fylgd upp, sigur løgmaður og leggur afturat, at Almannamálaráðið skal eisini um­hugsa, hvørt tað er tørvur á at fáa í lag og skipa fyri samskipandi eind(um) í miðfyrisitingini fyri at tryggja, at samskipanin innan brek­ økið er so góð sum gjørligt. Løgmaður sigur, at viðvíkjandi eftir­ lits­skylduni, so fer Uttanríkistænastan, saman við Almannamálaráðnum, at kanna hvussu hendan skylda kann hevdast í Føroyum.


KRINGVARP FØROYA

Batar í KVF MBF hevur mangan víst á, at tæn­astan, sum Kringvarpið veitir fólki, sum eru tunghoyrd og deyv, er als ikki nøktandi, hóast sáttmálin greitt sigur, at øll atlit skulu takast mót­vegis fólki, sum bera brek, og at teimum verður tryggjað talu- og mein­ingarfrælsi umframt atgongd til kunning. Í tí sambandi vísir MBF á, at Kring­ varpið ger mannamun, m.a. tí at fólk, sum eru tunghoyrd, ikki hoyra tíð­ indi, og hava tí ilt við at fylgja við í gerandisdegnum, tí eing­in skrivi­tulk­ ur er, og sendingar í SVF verða ikki tekst­aðar. MBF vísir eisini á, at tað als ikki er nøktandi at fólk sum eru deyv, altíð fáa gomul tíð­indir, tí at tekn­málstulkingin av eitt nú Degi og Viku ikki verður send fyrr enn dagin eftir at vit onnur hava sæð hana. MBF-blaðið hevur tí spurt Bjørn Kalsø, lands­stýrismann við menta­ málum, hvørji stig er ætlanin at taka, fyri at broyta hetta, og um hesin spurningur verður partur av nýggja Public Service sáttmálanum. Betri public servicesáttmáli Bjørn Kalsø sigur, at spurningurin um tænastuna hjá deyvum og tung­ hoyrd­um í almenna public servicestovn­inum Kringvarpi Føroya verður sjálvsagt partur av nýggja public service-sáttmálanum, sum eftir ætlan verður undirskrivaður fyri ársskiftið. Ætlanin er eisini, at tær avtalur, sum verða gjørdar á hesum øki eisini verða fylgdar upp og framdar í verki.

– Í „gamla“ sáttmálanum millum Menta­­málaráðið og Kringvarp Føroya vóru eisini ásetingar um hesi viður­ skifti, men eg haldi tíverri ikki, at nóg nógv hevur verið gjørt fyri at menna hesa týdningarmiklu tæn­ astu higartil. M.a. hava deyv ikki fingið tíðindi tulkað fyrr enn dagin eftir, at sendingarnar eru sendar á fyrsta sinni, og deyvatulking hevur fyri tað mesta einans fevnt um Dag & Viku. Og tekstað tulking til tung­hoyrd hevur als ikki verið í sam­bandi við før­oyskar sendingar, ásannar lands­ stýris­maðurin, men hann lovar batar. – Vit í Mentamálaráðnum hava sam­skift við Kringvarp Føroya um hesi viður­skifti og hava samstundis givið til kennar, at vit ynskja framstig á hesum øki. Partarnir eru eisini samdir um at fara undir eina stigvísa menning á hesum øki frameftir. Fyrsta stigið, sum hyggjarar fara at merkja, er eitt, sum byrjar í september í ár, har Dagur & vika verður teknmálstulkað og stroymað á alnótini samstundis, sum sendingin verður send. Deyv fáa tá høvi at fylgja sendingini sam­ stundis, sum øll onnur og fáa harvið betri møguleika at fylgja við í kjaki

og samfelagsgongdini, sigur Bjørn Kalsø og leggur afturat, at ætlanin er eisini, í tøttum samstarvi við av­varðandi partar, at útbyggja hesa skipan til aðrar føroyskar send­ingar. Skrivitulking – Arbeitt verður eisini við at kanna, hvussu ein skipan við skrivitulking av føroyskum sendingum til tunghoyrd kann fáast í lag. Eitt nú hava vit fingið at vita, at skrivitulkur møguliga verður tøkur við ársbyrjan í 2015. Harnæst er Kringvarpið farið undir at kanna, hvør útgerð skal til fyri at kunna veita eina slíka tænastu. Hetta verður gjørt, tí slík tænasta er neyðug í einum nútíðar samfelag, um vit skulu sammeta okkum við onnur, – og ikki minst eisini tí, at ein stórur partur av teimum, sum m.a. verða kravd eftir kringvarpsgjaldi eru tunghoyrd og harvið gjalda fyri eina tænastu, sum tey í roynd og veru ikki fáa í nóg stóran mun, sigur landsstýrismaðurin.

Tænastan hjá deyvum og tung­hoyrd­um verður partur av nýggja public service-sáttmálanum

MBF

|

13


FÓLKASKÚLIN

Rúmligari fólkaskúli

og fleiri heildartilboð Nógv verður tosað um at gera fólkaskúlan rúmligari, og áhugaverdur er tankin um at skipa sernámsfrøðiliga økið øðrvísi, so fólkaskúlin gerst uppaftur rúmligari og meira inkluderandi, so møguleiki er at bjóða øllum mennandi og avbjóðandi skúlatilboð – eisini teimum við ser­ lig­um avbjóðingum, sigur MBF, men hvørjar tankar hevur lands­stýris­ maðurin við mentamálum gjørt sær?

– At arbeiða fyri einum rúmligum og inkluderandi fólkaskúla er nakað, eg leggi stóran dent á og havi rað­ fest høgt í mínum arbeiði sum lands­ stýris­maður í mentamálum. Eg eri sann­førdur um, at fólkaskúlin í so stóran mun, sum til ber, skal rúma øllum næm­ingum, men ikki bara, at allir næm­ingar skulu vera í fólka­ skúl­anum, men at skúlin sam­stundis hevur førleika at skipa eina inkluder­ andi læring soleiðis, at allir næm­ingar fólkaskúlans uttan mun til menn­ingar­ stig kunnu luttaka í sosiala og fakliga felags­skapinum í skúlanum. Hetta er av størsta týdningi fyri læring og menn­ing hjá barninum og tí unga, tí øll hava tørv á at kenna seg sum

14

| MBF

part av felagsskapinum í flokkinum, og børn læra eisini bæði í samspæli við onnur børn og við vaksin. Ein inklud­erandi skúlaskipan er ein góð og røtt leið at ganga bæði fyri tann ein­staka, men eisini fyri samfelagið í síni heild. Hetta avspeglar eisini tað, sum annars fer fram millum vanliga fólkið í samfelagnum, har øll skulu sam­virka, sigur Bjørn Kalsø. Førleikastovur – Eg haldi, at vit eru á rættari kós, har fleiri átøk eru framd til tess at røkka málinum, at allir næmingar, eis­ini tey við serligum tørvi, fáa góðar umstøður at mennast, læra og trívast í fólkaskúlanum. Eg tók fyri tveim­um

árum síðani stig til at skipa fyri, at seta á stovn Førleikastovur í skúlum, sum hava 50 næmingar og fleiri, har endamálið er, at náms- og ser­náms­ frøðiliga hjálpin er á staðnum, ella so nær næminginum, sum til ber, og at næmingarnir fáa neyð­uga hjálp so tíðliga sum gjørligt. Før­leika­ stovan veitir bæði leiðslu og lær­ arum ráðgeving í teirra arbeiði at skipa undirvísingina, so allir næm­ ing­ar fáa sínar avbjóðingar og eru partur av sosiala felagsskapinum. Før­leika­stovan er mannað við lær­ arum, sum hava serkunnleikan bæði innan lesing, serundirvísing, trivnað og læring, soleiðis at tað í vanligu skúla­skipanini skal vera møguleiki at


Fólkaskúlin skal, í so stóran mun sum til ber rúma øllum næmingum, sígur Bjørn Kalsø

skipa eitt mennandi og avbjóðandi læriumhvørvi til allar næmingar, sigur landsstýrismaðurin Sernámsfrøðiliga økið Bjørn Kalsø sigur, at hann fyri kort­ um fekk tilmæli um, hvussu ser­ náms­frøðiliga økið í fólkaskúlahøpi kann skipast, og ætlanin er at seta sjøtul á tilmæltu átøkini innan heilt stutta tíð. Ætlanin er m.a. at endur­ skoða lóggávuna, sum viðvíkur tí ser­ náms­frøðiliga økinum, har ST-sátt­ málin um rættindi hjá teimum, ið bera brek, verður tikin við, men at hædd eisini verður tikin fyri tí ser­støku føroysku skúlamentanini, og hvussu inklusjónshugsanin verður ment og

sett í verk. Føroysk sið­venja hevur ikki verið at havt ser­tilboð/serskúla í stóran mun, so inklusjóns­hug­takið í føroyskum høpi snýr seg meira um, hvussu vit fáa tryggjað góð­sku og menn­ing í teimum undir­vís­ing­ar­ tilboðum, sum eru. Lutfalsliga nógvir næm­ingar ganga í fólkaskúlanum, saman­borið við okkara grannalond, og set­ur hetta stór krøv til at skipa tað ser­námsfrøðiliga økið, sigur lands­ stýris­maðurin, og leggur aftur­at, at hans­ara hugsjón er, at Før­leika­stov­ urnar í samstarvi við Sernám og eini væl­skipaðari og gagnnýttari tíma­ játtan til økið, saman við einum felags jaligum hugburði til inklusjón, fara at skapa góðar fortreytir fyri læring,

trivn­aði og menning hjá øllum næm­ ingum fólkaskúlans. Førleiki hjá lærarunum Fólkaskúlaøkið er umfatandi og fjøl­ táttað, men um ynski um at gera ver­ andi fólkaskúlaskipan meira inklud­ er­andi skal gerast veruleiki, heldur MBF tað vera neyðugt at tryggja, at lær­arar fáa eftir- og víðari útbúgving soleiðis, at teir fáa neyðuga vitan um, hvussu børn, sum bera brek, kunnu verða inkluderað. Landsstýrismaðurin sigur seg sum heild hava ta fatan, at lærarar­ út­búgvingin ger, at lærarar megna upp­gávuna at virka í fólkaskúlanum, og heldur at vit mugu ansa eftir ikki

MBF

|

15


FÓLKASKÚLIN

at undir­meta førleikan hjá læraranum at møta og geva teimum ymisku næm­ingunum júst ta avbjóðing og menn­andi læriumhvørvi, tann einstaki hevur tørv á í felagsskapi við onnur. Hann vísir á, at lærarar hava eina 4 ára náms- og fakliga útbúgving, og fleiri lærarir hava harumframt styttri ella longri eftirútbúgving og arbeiðs­ royndir. Harafturat er møguleiki at taka linjulestur innan serøkið á Náms­ vísinda­deildini. – Harumframt er skipanin við Før­ leika­stovum sett í verk m.a. við tí enda­máli, at inklusjón gerst natúrlig og væl­eydnað. Fleiri av teimum, ið starv­ast á Førleikastovunum, hava í síni útbúgving ognað sær ser­ ligan førleika innan inklusjón. Á Før­leikastovunum verður ser­kunn­ leikin savnaður við tøttum sam­ starvi og tilknýti til dagliga virk­ semið í skúlunum, við tí fyri eygað, at „hjálpin“ ella mennandi tilboðini kunnu setast í verk frá fyrsta degi, næmingurin kemur í skúla. Før­leika­

16

| MBF

stovan skal eisini vegleiða og ráð­ geva skúlaleiðslum, lærarum og for­eldrum í ser- og námsfrøðiligum spurn­ing­um, soleiðis at allir partar kunnu samstarva, sigur Bjørn Kalsø. Alsamt fleiri við serútbúgving Lands­stýrismaðurin vísir á, at tey sein­astu árini hava vit m.a. útbúgvið ser­lærarar, lesivegleiðarar, akt-lær­ arar, orðblindalærarar og hava sett eina ssp-skipan í verk fyri allar skúlar. Eis­ini eru tað alsamt fleiri lærarar, sum nema sær hægri útbúgving innan eitt nú náms- og sálarfrøði, og starvast fleiri teirra í fólkaskúlanum í dag. Í sam­starvi við Fróðskaparsetrið hava vit skipað eina vegleiðaraútbúgving og í heyst fara yvir 30 lærarar undir eina eftirútbúgving sum stødd­frøði­ veg­leiðarar. Eisini verður arbeitt mið­víst at fara undir eina eftir­út­ búgv­ing innan orðblindaøkið í ár. Henda eftirútbúgving fatar bæði um fólkaskúlar, frítíðarundirvísing og vinnu- og miðnámsskúlar. Nám

skipar eisini á hvørjum ári fyri fleiri áhuga­verdum skeiðum í størri og minni vavi, har fleiri teirra snúgva seg um at samstarva um læring m.a. við at fáa allar næmingar inkluderaðar og virknar í læritilgongdini, sigur lands­stýrismaðurin. Lívlong læra – Námsfrøðiliga yrkið og námsfrøðiligi før­leikin verður ofta knýttur til hugtakið „lívlanga læru“ – einki stendur í stað, heldur ikki vitanin um námsfrøði, so sjálvandi eru dagføringar neyðugar. Vit royna alsamt at menna eina eftir­ út­búgvingarskipan, har vit skipa fyri fram­haldsútbúgvingum og styttri skeið. Eisini fylgja vit við gongdini í okkara grannalondum, sigur Bjørn Kalsø, sum leggur stóran dent á týdn­ ingin, at vit alla tíðina arbeiða fyri at gera skúlaskipanina rúmliga og inkluderandi, soleiðis at allir næm­ ing­ar – teir sum eru fakliga væl fyri, teir við serligum avbjóðingum og øll harímillum fáa mennandi tilboð. Bjørn


Kalsø sigur seg ikki ivist í, at vit í góðum samstarvi millum avvarðandi partar, rætta hugburðinum og við áliti á okkara væl útbúna fólk innan økið, kunnu koma langt. Grundleggjandi fyri framhaldi innan útbúgving MBF hevur eisini mangan ført fram, at júst grundleggjandi arbeiðið í fólka­ skúl­anum er fyritreyt fyri ynskinum um at tryggja øllum ungum í land­ inum møguleikan at fáa eitt mið­náms­ skúla­tilboð, sama hvørjar førleikar, tey hava. – Tað er rætt, at grundleggjandi arbeiðið í fólkaskúlanum er fyritreyt fyri møguleikunum at fara víðari, men eg haldi eisini, at miðvísa tilgongdin, har málið er at tryggja øllum ungum í land­inum eitt miðnámsskúlatilboð uttan mun til førleikar, er við til at varpa ljós á týdningin av einum menn­andi og avbjóðandi fólkaskúla fyri øll, sigur landsstýrismaðurin og vísir á at skipaður er serflokkur innan

autis­muøkið í Hoydølum, umframt at alsamt fleiri og fleiri næmingar við serligum tørvi fáa ymiskan ein­stak­ linga stuðul í samband við miðnám. Ávegis eftirmeting er eisini gjørd av sertilboðnum og vísir hon í síni heild, at skúlatilboðið er gott, men at tørvur er á einum fyrireikingartilboði til komandi serflokkar á miðnámi. Tað arbeiða vit við nú, og fyrstu næm­ing­ arnir byrja í næstum á hesum fyri­ reik­ing­ar­tilboðnum. Lógarbroyting er samtykt fyri gymnasialu miðnáms­ út­búgvingarnar í vár, sum heimilar ser­liga skipaðum tilboðum fyri ung við serligum tørvi. Ætlanin er at gera somu lógarbroytingar á yrkis­útbúgv­ ing­arøkinum, greiðir lands­stýris­ maðurin frá.

stýrismaðurin á, at arbeitt verður við einum skipaðum sam­starvi millum Mentamálaráðið og Almanna­ málaráðið. Saman eru vit farin undir eitt miðvíst arbeiði at víðka um tilboð til ung við serligum tørvi við málinum um, at fleiri heildartilboð vera við skúlaársbyrjan 2015. – Tilgongdin at tryggja øllum ungum í landinum eitt miðnámsskúlatilboð uttan mun til førleikar tekur støði í ST-sáttmálanum um rættindi hjá teim­ um, sum bera brek, og sum leggur upp til, at roynt verður í mest møguligan mun at skipa undirvísingartilboð í tí van­ligu miðnámsskúlaskipanini, men at til­boðini eisini skulu lagast til tørvin hjá tí einstaka, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við mentamálum.

Fleiri heildartilboð – Í sambandi við hesi tilboð, sum í stóran mun eiga at fata um skúla, frí­ tíð og bústað, soleiðis at tað ymiska virksemið í gerandisdegnum hjá tí unga stuðlar hvørt annað, vísir lands­

MBF

|

17


BARNAPSYKIATRIINI

Samskipað tænastur til børn við serligum tørvi Bíðitíðin til verða greinaður í barnapsykiatriini er stytt, men er tilsvarandi meira orka latin Sernámi, soleiðis at bíðitíðin ikki bert er flutt hagar? Hendan spurning settu vit Bjørn Kalsø, landsstýrismanni við mentamálum, sum svarar: – Samgongan hevur sett 1,5 mió. kr. av til Psykiastriska depilin fyri at stytta um bíðilistarnar til greining av børnum og ungum. Við hesum verða fleiri og fleiri greinað og fáa stað­ fest ein serligan tørv. Hetta hevur havt við sær, at tørvurin á at skipa sernámsfrøðilig átøk og tilboð kring landið økist, tí at tørvurin nú gerst meira sjónligur og ítøkiligur. Men hetta er ein jalig gongd, tí við neyv­ ari stað­festing, hava vit eitt tryggari grund­ar­lag at seta rætt inn. Í mun til Psykiatriska depilin, so „diagnostiserar“ Sernám ikki. Tí er eingin bíðilisti til „diagnostisering“ á hesum øki á Sernámi. Men Sernám ger eygleiðingar, veitir sálarfrøðiligaog námsfrøðiliga tænastu og veitir ráð­geving bæði í mun til tann ein­ staka, stovnin ella skúlan og til hesar tæn­astur er bíðilisti. Hetta víðfevnda arbeiðsøkið saman við uppgávuni at seta røttu stuðulstiltøkini í verk,

18

| MBF

eisini eftir at næmingar eru greinaðir á Psykiatriska Deplinum, er stóra avbjóðingin á Sernámi, tí tað vísir seg, at tørvurin bara økist við tíðini. – Játtanin til stuðulstímar til næm­ing­ ar við serligum tørvi í fólkaskúl­anum er í tí sambandi hækkað, umframt at játt­anin til námsfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing í fólkaskúlanum er rað­ fest við stovnsetanini av Før­leika­ stovunum fyri 2 árum síðani. Játt­ anin til hetta virksemið hækkaði eisini í fjør. Men hóast økta játtan til ser­ náms­frøðiliga økið, er skipanin enn ikki heilt nøktandi eftir mínum tykki. M.a. má arbeiðast við at bíðitíðin at koma til sálarfrøðing og eygleiðing á Sernámi, sum kann verða eitt ár, stytt­ ist munandi. Helst niður í ein mánaða og í mesta lagi tríggjar mánaðar. Hes­um máli arbeiða vit ítøkiliga við at fáa loyst við m.a. eini umskipan av tí sernámsfrøðiligu skipanini. Eg havi fingið tilmæli um, hvussu

vit kunnu skipa tað sernámsfrøðiliga økið, soleiðis at orkan í størri mun kemur at gagna børnum og ungum við serligum tørvi. Og ætlanin er at íverkseta fleiri av tilmæltu átøkunum. Tað er eisini sera umráðandi, at allir part­ar, sum varða av ungum við serligum avbjóðingum, samstarva um eina góða tænastu. Og fyri at fáa hetta neyðuga samstarv í lag, arbeiða vit m.a. í Mentamálaráðnum saman við Almannamálaráðnum, Heilsu­málaráðnum, Kommununum og av­varðandi við verkætlanini „Tann góða tilgongdin“. Henda verkætlan hevur sum mál at fáa samskipað tæn­ ast­urnar til børn við serligum tørvi, har útgangsstøðið í fyrstu atløgu er innan autismuøkið, men sum eisini fer at fevna um onnur øki. Arbeiðið er um at vera liðugt og verður handað okkum ein av fyrstu døgunum, sigur Bjørn Kalsø, lands­ stýrismaður.


RÁSIN

Eitt mennandi

skúlatilboð Orð: Tórfinn Smith · Myndir: Tórfinn Smith og Rásin

Á Rásini við Heiðavegi 67 í Runavík hava sjey ungfólk sín bústað sum eisini er skúli teirra. Rásin er ein samdøgurs­ stovnur til ung við menningartarni, sum hava fylt 18 ár, og eru væl fyri. Leiðari á Rásini, er Sonni Óli Djurhuus, sum er útbúgvin lærari. Áðrenn Sonni var liðugur við lærara­ útbúgvingina varð heitt á hann um at gerast landsliðsvenjari hjá ÍSB – Ítróttarsambandinum fyri Brekað, og hevur tað ivaleyst verið í tí høpi at áhugin fyri at arbeiða við fólki, sum bera brek, birtist av álvara, heldur hann sjálvur. – Eg hevði ikki virkað so tætt saman við fólki, sum bera brek áður, men tað

var so skjótt at hesi fólk søgdu mær nakað. Kemiin var har, sum Sonni málber seg, og hann leggur afturat, at so hvørt tú gevur hesum fólkum álit, blómar teirra sjálvsálit. Hetta var og er framvegis lívsjáttandi, og tað gjørdist ein dreymur hjá mær, at eg einaferð kundi arbeiða við hesum fólkum burturav. Hendan møguleika fekk eg við hesum starvinum, og eg

var skjótur til at taka av. Hetta hevur verið ógvuliga avbjóðandi og spenn­ andi, og hugaligt at síggja hvussu mikið menningartarnað kunnu menn­ ast. Jú, bókliga er eitt mark, men í aðrar mátar er als einki mark fyri menning, sigur Sonni. Góðar umstøður Teir sjey næmingarnir á Rásini eru úr

MBF

|

19


18 til 25 ára aldur og eru ymsastaðni úr landinum. Húsið gevur pláss til sjey næmingar, og til tess kunnu karm­arnir neyvan hugsast betri, heldur Sonni. Sama við uttandura umstøðunum. Stórt øki er uttanum húsini, har næmingarnir gróðurseta ymiskt,- eitt nú grønmeti. Somuleiðis ger skúlin nógv burturúr at vitja á ymiskum arbeiðsplássum, og eru við til ymisk mentanartiltøk eins og útferðir verða gjørdar. Í sambandi við at næmingarnir, sum nú eru á skúlanum, verða lidnir næsta summar, skipa tey til várs fyri eini uttan­landsferð. Skúli og bústaður hvørt sær Tað er tó eitt sum Sonni kundi hugsað sær øðrvísi. Tað er at undirvísingin og bústaðurin vóru hvørt sær. – Eg haldi at vit eiga at fata skúla sum skúla og eitt heim fyri eitt heim. Vit eiga at fara heimífrá í skúla, og so koma heim aftur eftir skúlatíð. Júst tí eru vit eisini fegin um at hava fingið eitt so gott samstarv við skúlan við Løkin, har vit hava fleiri lærugreinir. Endamálið við skúlatilboðunum er at fáa at vita hvussu mikið næmingarnir

20

| MBF

kunnu mennast bókliga, og væl gongst hjá fleiri teirra. Umráðandi er hjá okkum altíð at hava í huga hvørjar teirra veiku og sterku síðurnar eru, soleiðis at tey fáa sum mest burturúr, og at tey eftir skúlalok standa við einum prógvi í hondini. Tað verið seg bókligt ella eitthvørt praktiskt í arbeiðshøpi. Tað ger tað lættari hjá næm­ingunum at koma víðari tá tey siga skúlanum farvæl, sigur Sonni. Eitt ár í starvsvenjing Eins og næmingarnir í vanliga fólka­ skúl­anum fara í starvsvenjing gera eisini næmingarnir á Rásini tað. Munurin er bert tann, at meðan onnur eru í starvsvenjing burturav eina tíð, so eru næmingarnir á Rásini í starvs­venjing ein dag um vikuna í eitt heilt skúlaár, og tað heldur Sonni vera ein fyrimun fyri sínar næmingar. Á hendan hátt fáa næmingarnir eitt meira støðugt sam­ band við arbeiðs­plássið, og hava kanska eisini ein betri møgu­leika at kunna halda fram eftir at tey eru farin úr skúlanum, sigur Sonni sum leggur hesum arbeiðsplássum eina við at fara við næmingunum í starvsvenjing

eins og við hinum starvs­fólkunum, og afturmeldingarnar frá arbeiðs­ plássunum eru góðar. Bókligi parturin minni Tað kemur meira enn so fyri, at tey á Rásini fáa ynski frá foreldrum at næmingum, at ein størri partur verður nýttur til bókliga undirvísing og viðhvørt sama ynski frá eitt nú Javna. Sonni setur sær spurningin: Hvat er skúli? – Læran til lívið er eisini ein skúli. Lívsins skúli. Eftir mínari áskoðan eigur hin bókligi parturin í mesta lagi at vera ein triðingur av samlaða inni­ hald­inum. Hin sosialpedagogiski part­urin skal avgjørt fylla mest. Tað at næm­ingarnir læra at klára seg sjálvan, og megna dagligdagin, so kemur hin bókligi parturin afturat. Bók­ligi parturin skal sjálvandi eisini altíð laga seg eftir støði hjá tí einstaka næminginum, sigur Sonni. Fáa bústað Sambært setningi skúlans skal Rásin veita næmingunum eitt heildartilboð. Umframt skúla, hesi trý árini, skulu næmingarnir eisini hava møguleika


at fáa eina íbúð og arbeiði eftir lokið skúla­skeið. Við íbúð hevur verið rætti­ liga trupult, men Sonni roknar ikki við stór­vegis trupulleikum í so máta, tí bæði Almannaverkið og Bústaðir eru farin undir at byggja íbúðir, harav nakrar eru ætlaðar fólki við skerdum før­leika. Tá tað snýr seg um arbeiði er Sonni eisini bjartskygdur. Eingin sig­ ur at fólk við skerdum førleika skulu í eitt 40-tíma starv um vikuna. Megna tey millum 5 og 18 tímar um vikuna er tað frálíkt, tí ansast má eftir at ikki ov stórt trýst verður lagt á hesi fólkini, men at tað tey gera, megna tey væl og tað hækkar um lívsgóðskuna hjá tí einstaka, tí hann følir, at hann ger eitt gott arbeiði. Fólkaskúlin – serskúli Nógv verður tosað um at gera fólka­ skúlan meira inkluderandi so møgu­ leiki er at bjóða øllum mennandi og av­bjóð­andi skúlatilboð. Eisini teimum sum hava serligan tørv. Sonni er meira ivingasamur. – Sjálvur havi eg ein dreym um at alt brekað­økið verður umskipað. Vit eiga at seta á stovn eina serliga tilrætta­l agda útbúgv­i ngarskipan

fyri tey, sum ikki megna at fara beinleiðis úr 10. flokki og í miðnám. Hesir næmingar kundu farið í eina serliga skipan, har tey vera loftaði og fáa ment sínar sosialu, praktisku og heilsuligu evnir fyri síðan at fáa møguleika til eina bók­liga/praktiska útbúgving. Flestu teirra sum koma inn á Rásina hava eina ringa søgu tá tey koma her. Skúlin hevur verið ein fiasko sum ikki hevur givið teimum nóg góða rúmd. Í hesi serligu skipanini kundu tey verið ment soleiðis, at tey síðani kundu fingið tilboð um framhaldandi skúla, tað veri seg miðnám ella einhvørja læru sum hóskar teimum best. Eg eri sann­ førdur um, at best er fyri fólk sum bera brek, at tey eru saman við sínum javnlíkum og har trívast og mennast. Inklutións­spurningurin er alt annað enn einfaldur. Í mínum hugaheimi ræð­ur um at menna næmingin so mikið í teimum førleikum hann er góð­ ur til, at hann kann fara út í sam­ felagið og megna nøkur økir á jøvnum fóti millum onnur, sigur Sonni sum heldur, at viðhvørt kann næmingurin verða ekskluderaður fyri síðani at verða inkluderaður.

Sonni Óli Djurhuus Eftir at hava starvast í handils­ vinn­uni í nøkur ár fór Sonni á lærara­skúla, haðani hann tók prógv í 2003. Starv­aðist fyrst eitt ár á Skt. Frants Skúla, og fór síð­ ani til Danmarkar, har hann fyrst starv­aðist á einum ser­skúla og síð­ani í fólkaskúla. Heim­aftur­ komin í 2006 starvaðist hann 3 ár sum lær­ari í NorðskálaOyra skúla, har hann síðani virkaði sum skúlastjóri í tvey ár. Eftir hetta var hann lærari á skúlanum við Ósánna í Klaksvík til hann í fjør fekk starvið sum leiðari á Rásini. Sonni hevur sostatt í sínum lærarastarvi upplivað ymiska skúlamentan, sum hann sjálvur heldur hevur givið sær góðan førleika í hesum starvinum á Rásini, sum hann nú situr í. Hann hevur eisini, sum landsliðsvenjari hjá ÍSB í 12 ár, fingið gott innlit í viðurskifti hjá fólki sum bera brek.

MBF

|

21


Rásin

– ein menningarstovnur til ung við menningartarni Í 2005 varð Rásin sett á stovn sum ein royndar­ ætlan. Í 2008 vóru teir fyrstu næm­ing­arnir lidnir við skúl­an. Royndar­ ætlanin eydn­aðist so mikið væl, at avgjørt varð at hetta skuldi vera ein varandi loysn.

22

Leiðarin á Rásini heldur, at her er eisini ein spurningur um at brúka peng­arnar rætt. Eitt tílíkt tilboð við eini serligari tilrættalagdari útbúgv­ ingar­skipan kundi kanska verið bí­ligari og enntá betri enn at fáa flest møgulig í vanliga skúlan við øll­um tí sum tá krevst av stuðli og ser­ligum skipanum.

– Tey avvarðandi ynskja mangan meiri enn tað barnið megnar. Her skal man vera professionellur. Trupul­leikin hjá avvarðandi er mang­an at góðtaka at tað er eitt mark, men tess skjótari foreldur viður­kenna, at mark er fyri hvat barn­ið megnar, tess lættari verður at skilja tað, sigur leiðarin á Rásini.

Hugsið fyrst um næmingin – Sagt verður at fólkaskúlin skal vera fyrimyndin, men heilt greitt er tað, at fólkaskúlin hevur ikki megnað nóg væl fólkini við serligum tørvi. Eg havi sjálvur eitt barn sum hevur serligan tørv og kenni tað av royndum. Tað kann vera munandi betri í einum ser­ skúlaflokki. Við tí er ikki sagt, at við­ kom­andi næmingur ikki kann luttaka í ávísum lærugreinum í van­liga skúlanum, sigur Sonni sum mælir staðiliga til fyrst og fremst at hugsa um næmingin og hvar hann trív­ist best. Grundleggjandi handlar tað um at taka útgangsstøðið í tí næm­ ing­urin megnar og tora at siga, at við­hvørt má man ekskludera fyri at inkludera.

Víðkið tilboðið Skúlaskeiðið er trý ár og orsakað av avmarkaðum plássi tekur skúlin nýggjar næmingar inn bert triðja hvørt ár. Tilboðið er so mikið gott við Rásini, at Sonni heldur tað vera bæði synd og skomm at tað ikki ber til at taka næmingar inn á hvørjum ári, tí tørvurin er á tí, men hann sigur seg hóma glotta framman stavn. Sjálvur hevur hann mælt til at víðka tilboðið. Verandi hús er ov lítið til tess, og hann mælir tí til at skúli og næmingabústaður verða hvør sær.

| MBF

Í endamálsorðingini fyri Rásina verður sagt, at endamálið við stovninum er, at tey ungu fáa ment sínar førleikar, so tey eftir lokið skúlatilboð kunnu liva eitt sjálvstøðugt lív bæði persónliga, sosialt og í arbeiðslívi. Skúlatilboðið skal geva næmingunum møguleika at menna sosialar, persónligar og kensluligar førleikar, at ogna sær fatan um lívið og tess møguleikar. Næmingarnir skulu hava fjølbroyttar menningarmøguleikar, sum styrkja teirra sjálvsálit, sjálvsvirði og gera teir tilvitaðar um egnar møguleikar og avmarkingar, so teir kunnu hava ávirkan á egið lív. Skúlatilboðið skal styrkja og varð­ veita netverkið hjá næminginum, so næm­ingurin m.a. kann knýta nýggj vinar­bond og varðveita verandi vinar­ bond. Stovnurin skal eftir tørvi veita næm­inginum ráð og hjálp, tá ið næm­ ingurin fær vitjan og fer á vitjan, og hjálpa næminginum at kunna familju og vinir um, hvat hendir á Rásini. Um skúlatilboðið verður m.a. sagt, at Rásin veitir næmingunum eitt heildar­tilboð, sum fatar um bústað, skúla og arbeiði og at innihaldið er í høvuðs­heitum verklig læring og menn­ing við støði í førleikunum hjá tí einstaka.


MENNING OG ENDURMENNING

Heilsa, menning og endurmenning

Á heilsuøkinum vísir MBF á, at í Føroyum er eingin lóg um menning og endur­menning. Fyri fólk, sum bera brek, eru hesar tænastur rætti­ liga umráðandi, tá ið tær skulu stuðla und­ir, at borgarin gerst sjálv­ bjargin og kann endur­ vinna nakrar av teimum førleikum, hann hevur mist. Somuleiðis heitir MBF á landsstýrið at skipa so fyri, at bíðitíð inn­an barnapsykiatriina styttist.

Síðan frágreiðingin varð send inn í januar, er bíðitíðin til barnapsykiatriina munandi stytt. MBF-blaðið hevur spurt Karsten Hansen, landsstýrismann við heilsumálum, um man ikki bara hevur flutt avbjóðingina viðvíkjandi bíðitíð til barnapsykiatriina frá Heilsu­mála­ ráðnum til Sernám? Soleiðis at skilja, at barnapsykiatriin bert greinar og ger tilmæli til Sernám. Karsten Hansen greiðir frá, at seinnu árini eru fleiri og fleiri børn ávíst til greiningar og viðgerð á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. – Tá eg tók við sum landsstýris­ maður á heysti í 2011 var greitt, at bíðirøðin til greiningar og viðgerð var long og at bíðirøðin bara øktist, tí fleiri børn vóru ávíst til greiningar enn

depilin megnaði at fáa útgreinað. Eg skal tó beinanvegin gera vart við, at tey við akuttum tørvi sjálvandi sluppu fram at beinanvegin, meðan onnur máttu bíða upp í tvey ár, ja nøkur heilt uppí hálvt triðja ár. Hetta var ein álvarslig, fyri ikki at siga hættislig, støða. Rætt og slætt ein vanlukka fyri børnini og avvarðandi teirra, tí greiningin á Psykiatriska deplinum er fyri mong fyrsta stigið í eini við­ gerðar- og hjálpartilgongd. Sagt eitt sindur fýrakantað, so fáa vit ikki veitt røttu hjálpina og neyðuga stuðulin fyrr enn barnið hevur verið til greiningar, sigur Karsten Hansen, sum ásannar, at greiningin kann ikki standa einsamøll, men skal fylgjast upp við møguligari medisinskari við­

MBF

|

23


Fyri at bøta um samstarvið settu vit á vetri 2012 skjøtul á umfatandi og ambitiøsa arbeiðið, sum vit rópa „Tann góða tilgongdin“. Talan er um eina verk­ætlan, har støðið verður tikið í familjuni, sum hevur eitt barn við av­bjóð­ingum

gerð, terapi, hjálpartiltøkum og stuðli annars. Hetta krevur at avvarðandi myndug­leikar – tað verið seg heilsu­ verk, skúlaverk, sernámsfrøðin, al­manna­verk og kommunur taka ábyrgd fyri sínum øki og ikki minst sam­starva um innsatsin til børnini. Bíðirøðin burtur – Tann góða søgan er, at vit við eini meir­játtan á 1,5 mió. krónur árliga, og við góðum samstarvi við Lands­sjúkra­ húsið, uppá tvey ár hava minkað bíði­ røð­ina úr 161 niður í eini 25 børn. Reelt merkir tað, at bíðirøðin at koma til greiningar er burtur, og verður tú ávístur til psykiatriska greining, kanst tú rokna við at sleppa framat innan tríggjar mánaðir. Árliga verða umleið 70 nýggj børn ávíst til greiningar á Psykiatriska deplinum. Nógv børn, men ikki øll, sum hava verið til grein­ ingar mugu fáa hjálp aftaná. Tað er sum vera man ymiskt hvussu stóran tørv tey hava. Ta hjálpina skulu tey fáa ymsastaðni frá. Eg skilji, at ikki øll fáa tilboð beinanvegin og hevur eitt nú Sernám eina avbjóðing. Men eg veit eisini, at børnini fáa viðgerð í heilsu­verk­inum, hjálp í skúlanum stuð­u l frá Almannaverkinum og komm­­unum kring landið. So børnini fáa hjálp, hóast onkur fløskuhálsur er, sigur landsstýrismaðurin. Rúm fyri bata – Í mun til at samskipa innsatsin til

24

| MBF

børn við serligum avbjóðingum, so hava vit í politisku skipanini ásannað, at rúm er fyri bata. Fyri at bøta um sam­starvið settu vit á vetri 2012 skjøtul á umfatandi og ambitiøsa arbeiðið, sum vit rópa „Tann góða til­­gongdin“. Talan er um eina verk­ ætlan, har støðið verður tikið í familjuni, sum hevur eitt barn við av­bjóð­ingum. Hendan tilgongdin hevur givið stovnum og myndug­ leikum annars nýggj sjónarmið og nýggj hugskot at loysa tær avbjóð­ ingar, sum ein familja við einum barni – í hesum føri við autismu – møtir í ger­andisdegnum. Tað eru lands­ stýris­fólkini í heilsu-, almanna- og menta­málum, sum í felag hava tikið stig til arbeiðið. Arbeiðið er um at vera liðugt og verður handað okkum fyrsta dagin, greiðir Karsten Hansen frá. Endurvenjing Blaðið spurdi eisini landsstýrismanin við heilsumálum hvussu langt arbeiðið við at gera lóg um menning og endur­menning er komið, og nær verður tað liðugt? Til tað sigur landsstýrismaðurin, at nýggj lóg um endurvenjing er á veg í tingið og kemur eftir ætlan í gildi 1. januar 2015. – Tað hevur leingi verið víst á, at tørvur er á betri tilboðum til fólk, sum orsakað av sjúku ella skaða fáa tørv á endurvenjing. Eitt nú verður víst

á, at tvørrandi samband er ímillum spesial­iseraðu endurvenjingina inni á sjúkrahúsunum, sum verður veitt í sambandi við innleggjan, og upp­ fylgj­andi endurvenjing veitt aftaná at fólk verða útskrivað av sjúkrahúsiðð. Eisini kenna vit trupulleikan, at sjúk­ ling­ar, sum hava fingið viðgerð og endur­venjing uttanlands, ikki fáa nøkt­andi tilboð, tá tey koma heim til Føroya, sigur Karsten Hansen og leggur afturat, at yvirskipað er tørvur á eini tvørsektoriellari heildar­ætlan fyri endurmenning, sum eisini varð víst á í frágreiðingini um Heilsu­nýskipan, sum varð viðgjørd í novem­ber í fjør. Málið er gylt. Vit skulu etablera hjálpar­skipanir, viðgerðir og endur­ venj­ing, sum í fyrra lagi skulu forða fyri, at fólk í arbeiðsvirknum aldri missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og í øðrum lagi eru so munagóðar, at fólk ikki fáa tørv á varandi hjálp, sigur landsstýrismaðurin sum kann boða frá, at lógaruppskotið, sum fer í Løg­tingið í heyst, kann síggjast sum eitt fyrsta stig á leiðini til at fremja hesa heildarætlan.


Fleiri tíðarhóskandi bústaðir

– og størri valfrælsi til brúkaran Eitt mál, sum MBF hevur varpað nógv ljós á, er hóskandi íbúðarmøguleikar til fólk, sum bera brek, sum felagið eisini nýtir høvið til at taka við í frágreiðing síni. Bíðitíðin eftir eini hóskandi íbúð er alt ov drúgv, og tænastustøðið, meðan tey bíða, kann vera lágt. Felagið finst eisini at teimum tænastum, sum verða veittar í vardum íbúðum, sum sjáldan eru stýrdar av brúkaranum sjálvum. Felagið heitir á landsstýrið um at byggja tíðarhóskadi bústaðir kring landið.

Eisini vísir MBF á ta mangan truplu støðuna sum fólk, ið bera brek, koma í tá verkfall er, og noyðast at flyta úr sambýlum ella vardum bústøðum. MBF-blaðið hevur spurt Anniku Olsen, lands­stýris­kvinnu við al­manna­­ málum hvørj­ar ætlanir hon hev­ur fyri at bøta um og broyta hesi viður­ skiftini? Annika Olsen, landsstýriskvinna leggur stóran dent á týdningin av at sjálvsavgerðarrætturin hjá fólki við serligum avbjóðingum skal virðast í størst møguligan mun í øllum lívsins viðurskiftum. – Tað eigur at vera ein rættur hjá øll­um borgarum at hava ávirkan á hvar tú býrt, hvussu tú býrt og saman við hvørjum tú býrt. Í Føroyum hava

vit tó ein sera eins­tátt­aðan bústað­ ar­­marknað, og tískil eru val­møgu­ leik­a rnir hjá okkum føroy­i ng­u m av­mark­aðir, tá tað kemur til bústað. Tí fegnist eg um, at vit nú hava fingið ein bústaðarpolitikk við tí enda­máli at fáa ein meira fjøl­tátt­ aðan bústaðarmarknað, sum vón­ andi eisini kemur at geva hvørjum eins­tøkum føroyingi størri valfrælsi. Eis­ini fegnist eg almikið um, at glið nú av álvara er komið á arbeiðið hjá felagnum Bústaðir við at byggja leigu­íbúðir kring landið soleiðis, at bú­stað­armøguleikarnir gerast fjøl­ táttaðir, sigur landsstýriskvinnan. Annika Olsen ásannar, at bú­til­ boð­ini, sum í dag verða veitt fólki við serligum avbjóðingum, eru eisini

eins­táttaði og avmarkaði, og tí fegn­ ast hon um teir batar, sum eru ávegis í løtuni. – Vit hava fingið gongd í byggingina av vardum bústøðum kring landið. 24 vardir bústaðir verða í løtuni bygdir í ávikavist Runavík og Klaksvík, og 8 íbúðir standa lidnar í Klaksvík í ár, ætlað fólkum við serligum avbjóð­ing­ um. Ein depil til fjølbrekað stendur liðugur í Runavík í ár, eins og gongd er sett á at byggja virknis- og um­lætt­ ingar­depil í Sandoynni. Størri valfrælsi – Tað er ongin loyna, at tað er bíðilisti at fáa bútilboð og tað er heldur ongin loyna, at nógv av teimum bústaðar­ tilboðum, sum verða veitt í dag ikki

MBF

|

25


Tað eigur at vera ein rættur hjá øll­um borgarum at hava ávirkan á hvar tú býrt, hvussu tú býrt og saman við hvørjum tú býrt

liva upp til tann standard, sum vit í dag krevja av okkara bústaði. Hesi viður­skifti hava eisini ávirkan á, hvørja tænastu Almannaverkið kann veita og hvørji atlit Almannaverkið noyðist at taka, tá eitt nú bútilboð verða tillutað borgaranum. Tað er hugs­andi at atlit til onnur búfólk og samanseting av búfólki bæði í mun til aldur og brek mugu víkja í mun til, at talan kann vera um eina bráð­feingis­støðu, har ein borgari má flyta inn tí nú er eitt pláss tøkt, sigur landsstýriskvinnan sum vónar og væntar, at tann nýbygging, sum fer fram í løtuni og í komandi árum, kemur at viðføra, at eisini fólk við ser­ligum avbjóðingum fáa størri val­frælsi, tá tað kemur til bústað. Gongst sum ætlað verða komandi árini áleið 60 nýggjar vardar íbúðir og um­lætt­ing­ar­pláss til fólk við serligum avbjóð­ingum fleiri at velja ímillum, og tá eru íbúðirnar sum Bústaðir byggir ikki taldar við. Gerandisdagur við innihaldi Annika Olsen sigur, at tað snýr seg ikki einans um betong og fasadur, men eisini um at geva búfólkunum møguleika fyri at hava ein aktivan og inni­haldsríkan gerandisdag eins og øll modernaði menniskju ynskja í dag. – Vit hava eisini ábyrgd av, at fólk

26

| MBF

við serligum avbjóðingum mennast, og at teirra sjálvsavgerðarrættur verð­ur virdur. Tað eru tó viðurskifti, sum krevja eina hugburðsbroyting bæði hjá búfólki, starvsfólki og eisini av­varð­andi hjá búfólkum. – Almannaverkið er farið undir arbeiðið við at fremja hesa hug­ burðs­broyting í verki, og tað er so mín uppgáva sum landsstýriskvinna at syrgja fyri, at tey fáa karmar, sum stuðla undir hesum, sigur lands­ stýris­kvinnan, sum ber leiðslu og starvs­fólki í Almannaverkinum stórt rós fyri, at tey hvønn dag gera ger­ andis­dagin á bústaðinum so góðan og innihaldsríkan sum búkarmarnir loyva. – Sum landsstýriskvinna havi eg verið á vitjan á nógvum sambýlum kring landið og eg má siga, at tað altíð er inn­bjóðandi og hugnaligt at koma inn og tykjast búfólkini at vera glað og nøgd – hóast karmarnir ikki altíð eru teir bestu. Eg fegnist eisini almikið um, at Almannaverkið í heyst fer at royna eina BPA-líknandi skipan á tveim­um sambýlum. Búfólkini fáa við hesi skipan nakrar starvsfólkatímar um vikuna, sum tey sjálvi ráða yvir, og sum tey kunnu brúka til tað sum tey ynskja at brúka tað til. Tað er mín vón at royndin kemur at eydnast væl, og at tað í framtíðini verður ein skipan, sum øll búfólk kunnu brúka.

Almannaverkið er eisini farið undir eina tilgongd við at styrkja um møgu­ leik­an hjá búfólki og avvarðandi at hava ávirkan á innihaldið í tilboðunum. Hetta verður gjørt við at borgara- og av­varð­andi ráð verða skipaði í teim ymsu eindunum kring landið, sigur Annika Olsen. Trupult tá verkfall er MBF hevur eisini víst á ta mangan truplu støðu sum fólk, ið bera brek, koma í tá verkfall er, og noyðast at flyta úr sambýlum ella vardum bústøðum, og spyr landsstýriskvinnuna hvat hon kann gera í so máta. Til hetta sigur landsstýriskvinnan, at støðan, sum búfólkini komu í, í sambandi við verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag, var sera óheppin, og hon metir, at best var um partarnir á arbeiðsmarknaðinum tryggjaðu, at hetta ikki kom fyri aftur.


Alzheimerfelagið Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon nr. 283102, Teldupostur: sojo@lsh.fo Halldis Joensen, formaður, 213002 halldish@kallnet.fo

Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Teldupostur: hoyr@olivant.fo www.hoyribrek.fo Torkil Hansen, formaður, tlf: 222839

Autismufelagið Jørmund Foldbo Heiðriksmørk 26, Leirvík www.autisma.fo, www.asperger.fo Jørmund Foldbo, formaður, tlf: 509031 formadurin@autisma.fo

Colitis-Crohn Føroyar Teldupostadressan er: cc@mail.fo Nevnd: Teitur Vágadal formaður.

Felag fyri lesi- og skriviveik Íslandsvegur 10 c. 100 Tórshavn Telefon: 318867/441541 Teldupostur: mg2@olivant.fo Anna Karin Kjeld, formaður, tlf: 441541, 212222, kjeld@olivant.fo

Lymfødemfelagið Traðartún 6, 160 Argir Telefon nr. 225224 Eyðbjørg Djurhuus, formaður tlf: 311880 nicolina@olivant.fo

Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 310237, fax 444379, Teldupostur: gikt@gikt.fo / www.gikt.fo Anna Petersen, formaður, tlf: 421344, 258745, annaergo@olivant.fo

Nýrafelagið Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 217869 Erikka Elttør, formaður, erikkaelttør@gmail.com

Cøliakifelag Føroya Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon nr. 282296, Teldupostur: coliaki@olivant.fo Marita Olsen, formaður, 282296 marita_o@olivant.fo Deyvafelag Føroya Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 317597, fax 313609, Teldupostur:deaf@deaf.fo Ásmund Reyðberg, formaður, sms 583828, asmund@kallnet.fo Diabetesfelag Føroya Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 319508, 225012, Teldupostur: diabetes@diabetes.fo www.diabetes.fo Kristianna Rein, formaður, tlf: 315050, 225012 kristiana@rein.fo Epileptikarafelag Føroya Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 313978 Randfríð Sørensen, formaður, tlf: 313978, randfrid@olivant.fo Føroya Astma/Allergifelag Íslandsvegur 10c, 100 Tóshavn Telefon: 311419, Teldupostur: astma@olivant.fo Bozena Rasmussen, formaður, tlf: 312378, Teldupostur: bozena@kallnet.fo Føroya Blindafelag Íslandsvegur 10a, 100 Tórshavn Telefon: 219908 Ruth Thomsen, formaður, tlf: 316755 ruththomsen@olivant.fo Føroya Psoriasisfelag Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 424179, Teldupostur: jsemma@kallnet.fo Majgun Poulsen, formaður, tlf: 424179, 259179, jno@polarseafood.gl

Heilafelagið. Felagið fyri Apopleksi og Afasirakt Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon nr. 321520, Teldupostur: heilaf@olivant.fo Bjarne J. Pedersen, formaður, tlf: 314629 bj@kallnet.fo, 284629 Hjartafelagið Postboks 3120, 110 Tórshavn Teldupostur: hjartafelag@hjartafelag.fo www.hjartafelag.fo, Jensa Heinesen, formaður, tlf: 313422 ÍSB Ítróttarsamband fyri brekað ÍSF-húsið, Gundadalur, Tóshavn Telefon: 317879/216760, fax 312421, Teldupostur: isb@olivant.fo/ www.isb.fo, Jógvan Jensen, formaður, tlf: 311985, egga@olivant.fo Javni Hoydalsvegur 40, ovast, Postsmoga 1133, 110 Tórshavn Telefon: 314827, fax 310557, Teldupostur javni@javni.fo www.javni.fo Sigrun Wardum, forðmaður, tlf: 514548

Parkinsonfelagið Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 313887, fax 353898, Teldupostur: kristiannamichelsen@ hotmail.com, Kristianna Michelsen, formaður tlf: 314940, www.parkinson.fo Sclerosufelagið Hallur Thomsen, formaður Undir Skorum 44, 825 Froðba, Telefon: 273053 Teldupostur: sclerosufelag@sclerosufelag.fo Heimasíða: www.sclerosufelag.fo Sinnisbati Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon: 322544 / 221644 Teldupostur:sinnisbati@sinnisbati.fo www.sinnisbati.fo, Spastikarafelagið Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn Telefon nr: 319027 Teldupostur: s-felagid@olivant.fo Sólrun Arabo, formaður, tlf: 314773, 229101, somo@olivant.fo Stoffskiftisfelagið Millum Gilja 111, 188 Hoyvík Anna Dahl-Olsen, formaður, tlf: 319161 ado@ft.fo, www.stoffskifti.com

MBF

|

27


Nýggja heimasíðan hjá MBF

www.mbf.fo


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.