LUKKA - MEGD

Page 1

Lukka er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag, og vón okkara er, at hon kveikir áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek.

www.megd.fo




LUKKA © 2. útgáva 2018: Megd © Týddur og tillagaður tekstur: Ása Olsen og Tóra við Keldu © Tekningar: Edward Fuglø 2016 Umbróting: Grafia Prentumsiting: Estra/Vasti Keldur: ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. www.megd.fo FN´s Konvention om rettigheder for mennesker med handicap – på let dansk. www.sm.dk Handikapsáttmálin lættlisin tekstur. Ráðið fyri brekað november 2011. www.radidfyribrekad.fo Megd, Skuggafrágreiðing til ST. www.megd.fo

ISBN 978-99918-3-484-9 www.megd.fo


- RĂŚtturin at vera tann eg eri



“Ert tú komin at vitja ommu, lukka?” Soleiðis sigur omma altíð við einum brosi, so ein muss og eitt klemm, og ein drekkamunn á borðið. Her merkir lukka tað sama sum vælsignaður. Lukka merkir eisini eydna. Og Lukka eitur okkara fína bamsa. Lukka er hvørki genta ella drongur. Samansett av ymiskum litríkum mynstrum, og við tveimum oyrum, ið ikki eru eins. Tveir ymiskar armar og tvey ymisk bein hevur Lukka eisini, og sanniliga, um annað eygað ikki er ein knappur. Lukka gleðir seg at hitta teg.


Sáttmáli tj ó ð a sameindu di hjá um rættin m, u g n i l k a t s n ei k ið bera bre

Styttur sáttmáli Í hesi bók er sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, styttur. Hetta ger hann lættari at lesa og skilja. Vert er at minnast til, at ein sáttmáli er ikki tað sama sum lógir. Sáttmálin er ein avtala, sum Føroya Landsstýri hevur skrivað undir og bundið seg at fylgja. Um tað er ósamsvar millum tekstin í hesi bók og ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, er tað sáttmálin, ið er galdandi.


Í 2009 skrivaði Føroya Landsstýri undir sáttmála við Sameindu Tjóðir, sum virkar fyri javnbjóðis rættindum fyri tey, ið bera brek. Ein sáttmáli er ein skrivlig avtala millum tveir ella fleiri partar. Sáttmálin er prógv um og vísir á, hvat partarnir eru samdir um at arbeiða fyri. Sameindu Tjóðir varð sett á stovn í 1945, beint eftir seinna heimskríggj, fyri at forða fyri fleiri kríggjum í heiminum. Tá varð ein sáttmáli um mannarættindi skrivaður. Seinni komu fleiri sáttmálar, eisini sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek. Við at skriva undir sáttmálan um rættindi teirra, ið bera brek, vísir Føroya Landsstýri, at Føroyar skulu verða eitt gott land at búgva í hjá øllum, sum bera brek. Sáttmálin viðurkennir, at øll menniskju hava virðing og tign íborna, og at øll eiga somu ómissandi rættindi, og at tey eru grundarlagið undir frælsi, rættvísi og friði í heiminum. Ein og hvør hevur rætt til øll tey rættindi og alt tað frælsi, ið lýst eru í sáttmálanum, við ongum mismuni av nøkrum slagi.


Grein 1 Endamálið við sáttmálanum

Endamálið við sáttmálanum er at tryggja, at fólk, ið bera brek, hava somu rættindi sum øll onnur, og at tey verða vird sum menniskju á líka fót við onnur. Sáttmálin umfatar øll, ið bera brek, og sum kenna tað sum eina avbjóðing at vera partur av samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Fólk, ið bera brek, fevna um tey, sum hava varandi likamlig, sálarlig, vitborin og/ella kenslulig brek, ið kunnu forða teimum í at vera virkin í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.


Javnrættindi - at hava somu rættindi sum onnur

brek g i l u l s Ken su n u m n a s í - brek


Grein 2 Hvat merkja orðini Samskifti Samskifti er alt tað, sum ger okkum før fyri at fáa samband við onnur. Tað eru mál og øll sløg av skrift, t.d. punktskrift, upplestur, lættlisnir tekstir ella tøknilig hjálp við teldu.

Mál Mál er her talað mál, men eisini teknmál, myndir, tekningar og annað, sum ger tað møguligt at samskifta. Mismunur Mismunur merkir tað sama sum mannamunur. Um tú ert fyri mismuni orsakað av breki tínum, so verður tú hildin uttanfyri, ella hevur bara avmarkaða atgongd at vera virkin í samfelagnum, tí tú bert brek. Mismunur verður gjørdur, um fólk, ið bera brek, ikki hava somu rættindi sum onnur á øllum økjum, t.d. politiskt, búskaparliga, sosialt ella mentanarliga. Mismunur verður gjørdur, um samfelagið ikki ger nakað fyri at tryggja, at fólk, ið bera brek, kunnu vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Rímiligar tillagingar Rímiligar tillagingar eru at skilja sum neyðugar og hóskandi broytingar, har tað í ávísum føri er neyðugt, til tess at tryggja fólki, ið bera brek, at fáa og brúka allar teir møguleikar, samfelagið annars gevur øðrum borgarum. Rímilig tillaging kann t.d. vera at gera vesið nóg stórt, so pláss er fyri einum koyristóli, ella geva deyvum møguleika at hava teknmálstulk við, so tey kunnu fáa eina útbúgving. At gera ein tekst lættlisnan er eisini tillaging. Tá ið tillaging skal vera rímilig, merkir tað, at hugsast skal eisini um fíggjarligar útreiðslur.


di Rættin evur h n i e ð - tað, i ka nn a l l e l i rætt t krevja

Grein Grundleggjandi sjónarmið

3

Sáttmálin byggir á nøkur høvuðssjónarmið. Hesi eru: • øll menniskju hava sama virði, eisini børn • øll hava rætt at taka egnar avgerðir • øll hava rætt at vera so sjálvbjargin sum gjørligt • eingin skal vera fyri mismuni • øll skulu hava møguleika at luttaka og vera við í samfelagslívi • øll skulu hava javnrættindi • samfelagið skal vera atkomuligt fyri øll • menn og kvinnur skulu hava javnrættindi


Føroya Landsstýri - stýri, ið løgtingið velur at stjórna Føroyum, at fremja løgtingslógir í verki og at hava fyrisitingina um hendi

Grein 4 Hetta hevur Føroya Landsstýri skyldu at gera

Føroya Landsstýri skal skipa soleiðis fyri, at øll mannarættindi eisini eru galdandi fyri fólk, ið bera brek, uttan nakran mismun. Hetta merkir, at: • alt lógarsmíð og broytingar í lógum skal vera í samsvar við sáttmálan • Føroya Landsstýri skal arbeiða miðvíst fyri at geva fólki, ið bera brek, enn betur rættindi • til ber at gera meira enn stendur í sáttmálanum • Føroya Landsstýri kann ikki nýta sáttmálan at skerja tey rættindi, sum fólk, ið bera brek, longu hava


Grein

5

Øll skulu hava sama rætt

Lógirnar í Føroyum skulu geva øllum, eisini fólkum, ið bera brek, somu rættindi og somu verju. Allur mismunur orsakað av breki skal bannast. Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, kunnu liva uttan mismun.

Mismunur merkir tað sama sum mannamunur


Grein

6

Kvinnur, ið bera brek

Kvinnur og gentur, ið bera brek, eru fyri mismuni á ymiskan hátt. Tí skal Føroya Landsstýri tryggja, at øll mannarættindi eisini eru galdandi fyri kvinnur og gentur, ið bera brek. Føroya Landsstýri skal tryggja, at kvinnur, ið bera brek, hava møguleika at liva eitt frælst og sjálvbjargið lív við somu rættindum, sum øll onnur.

Sjálvbjargni - at klára seg sjálvan uttan hjálp frá øðrum


Grein

7

Børn, ið bera brek

Føroya Landsstýri skal tryggja, at børn, ið bera brek, hava somu rættindi sum onnur børn. Størst týdning hevur altíð tað, ið tænir barninum best. Hetta serliga, tá ið avgerðir verða tiknar um eitt barn, ið ber brek. Børn, ið bera brek, hava rætt til, eins og onnur børn, at verða hoyrd um viðurskifti, sum viðkoma lívi teirra. Børn, ið bera brek, skulu hava hjálp, so tey kunnu siga, hvussu tey vilja hava tað.


Grein

8

Upplýsing um at bera brek

Fólk, ið bera brek, eru nógv meir enn brekið, og tí er neyðugt, at Føroya Landsstýri tryggjar, at øll fáa størri vitan um tað at bera brek. Somuleiðis skal Føroya Landsstýri eisini berja niður fordómar grundaðar á brek. Hetta merkir, at: • Føroya Landsstýri skal vísa, at fólk, ið bera brek, eru nógv meir enn brekið, og at tey hava ymiskar førleikar og arbeiði, har tey geva sítt íkast til samfelagið • fólk, ið bera brek, hava ikki serrættindi ella onnur rættindi, men somu rættindi og onnur, og tí er neyðugt, at allir skúlar og føroyingar annars kenna rættindi teirra, og at hesi rættindi verða vird • Føroya Landsstýri skal eggja miðlunum – útvarpi, sjónvarpi og bløðum – at varpa ljós á tey, ið bera brek, á ein jaligan hátt og á tann hátt vísa, at tey eru partur av samfelagnum eins og øll onnur

Fordómur - hugsan, ið ein hevur um eitthvørt frammanundan og ikki sonn vitan


A t k o ma g d t i l atgon a v a h t -a

Grein Atkoma

9

Føroya Landsstýri skal arbeiða fyri, at fólk, ið bera brek, fáa møguleika fyri at vera við á øllum økjum í samfelagnum. Føroya Landsstýri skal arbeiða fyri at gera samfelagið atkomuligt fyri øll. At nakað er atkomuligt merkir, at øll lættliga fáa atgongd til tað, eisini tey, ið bera brek. Hetta skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri: • at vegir, friðað øki, bussar, arbeiðspláss, sjúkrahús, læknamiðstøðir, skúlar og aðrir bygn ingar, sum eru opnir fyri øllum, skulu vera atkomuligir • at upplýsing, samskifti, neyðtænastur og tøkniligar tænastur skulu vera atkomuligar • at bygningar, sum eru opnir fyri øllum, skulu hava skelti, sum eru lættlesilig, og hava skelti við punktskrift • at hjálparfólk eru til taks, so tað gerst lættari at vitja støð, sum eru opin fyri øllum • at fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika fyri at fáa neyðugu hjálpina fyri at fáa upplýsing • at leiðreglur skulu gerast fyri, hvussu atkoma til tænastur gerast betri fyri tey, ið bera brek • at privat virki, sum gistingarhús, matstovur og handlar, skulu hugsa um, hvussu tey kunnu gera tænastu teirra atkomuliga fyri fólk, ið bera brek • at tilboð skulu vera til at læra ábygdarpersónar um atkomu • at nýggj tøkni gerst atkomulig fyri øll, og at hon kann útvegast so skjótt og bíliga sum gjørligt


Grein Rættur til lív

10

Øll hava rætt til lív. Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, hava sama rætt til lívið, og at liva lívið sum onnur.

Sjálvbjargni - at klára seg sjálvan uttan hjálp frá øðrum


Grein 11 Hjálp í kríggi og vanlukkum

Føroya Landsstýri skal tryggja fólki, ið bera brek, at øll neyðug stig verða tikin, so at tey verða vard, tá ið kríggj, vanlukkur ella líknandi umstøður gerast veruleiki.


Grein 12 Eins fyri lógini

Fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur at taka bindandi avgerðir. Tey hava eisini rætt til at stýra egnum fíggjarviðurskiftum. Hetta merkir, at: • fólk, ið bera brek, hava rætt til at eiga ella arva ognir eins og onnur • fólk, ið bera brek, hava, eins og onnur, rætt at stýra sínum egnu pengum • fólk, ið bera brek, hava, eins og onnur, rætt at taka lán til hús ella aðrar lutir • eingin hevur rætt til at taka hús, pening ella aðrar ognir frá teimum, ið bera brek, tí tey bera brek Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa tann stuðul, teimum tørvar, fyri at taka egnar avgerðir t.d. um fíggjarviðurskifti teirra. Ein, ið ber brek, kann hava tørv á, at onkur annar tekur avgerðir t.d. um fíggjarlig viðurskifti. Tá skal Føroya Landsstýri tryggja, at hetta verður gjørt við virðing fyri rættindum og ynskjum hjá viðkomandi. Føroya Landsstýri skal verja fólk, ið bera brek, fyri misnýtslu. Ein óheftur myndugleiki skal hava umsjónina.

Misnýtsla - at nýta á skeivan hátt


Grein 13 Atgongd til rættarskipanina

Fólk, ið bera brek, hava rætt til á jøvnum føti við onnur at nýta rættarskipanina. Fólk, ið bera brek, hava rætt til at fáa neyðuga hjálp, um tey t.d. skulu vitna í einum sakarmáli. Eisini um tey verða beinleiðis og/ella óbeinleiðis partar í rættarmálum, tá rættarmál verða kannaði ella fyrireikaði. Starvsfólk hjá løgregluni, rættarskipanini og fangahúsi skulu verða undirvíst soleiðis, at tey kunnu tryggja javnbjóðis atkomu til rættarskipanina fyri fólk, ið bera brek.


Grein

14

Frælsi og persónlig trygd

Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, eins og øll onnur hava rætt til frælsi og persónliga trygd. Ein, ið ber brek, kann ikki missa sítt frælsi, tí hann ber brek. Loyviligt er ikki at skerja frælsið hjá einum, ið ber brek, tí hann ber brek. Ein, ið ber brek, kann verða sendur í fangahús, men bara um viðkomandi hevur brotið lógina. Um ein, ið ber brek, verður sendur í fangahús ella verður afturhildin av løgregluni, skal hann ella hon verða viðfarin sambært mannarættindum og ásetingum, hesin sáttmálin vísir á.


Grein

15

Verja móti píning og niðrandi viðferð

Eingin skal verða píndur ella revsaður á ein miskunnarleysan, ómenniskjaligan ella niðrandi hátt. Eingin skal vera brúktur í læknaligum ella vísindaligum royndum, um viðkomandi ikki sjálvur hevur játtað at vera við. Lógir og aðrar reglur skulu tryggja, at fólk, ið bera brek, verða vard frá hesum.


Grein 16 Verja frá harðskapi og misbrúki Føroya Landsstýri skal tryggja: • at lógir og reglur verja fólk, ið bera brek, frá harðskapi og misnýtslu. Hetta er galdandi bæði heima og í samfelagnum Føroya Landsstýri skal fyribyrgja: • at fólk, ið bera brek, verða misnýtt. Familja og starvsfólk skulu t.d. hava neyðuga hjálp og útbúgving, so tey duga at síggja, hvat misnýtsla er. Tey skulu eisini vita, hvussu hetta verður meldað til myndugleikarnar Ein óheftur myndugleiki skal hava eftirlit við stovnum og tilboðum til fólk, ið bera brek. Myndugleikin skal m.a. hava eftirlit við, at fólk, ið bera brek, ikki verða misnýtt. Um fólk, ið bera brek, tó eru fyri harðskapi ella verða misnýtt, skal Føroya Landsstýri tryggja, at tey fáa neyðugu hjálpina at fóta sær aftur. Offrini skulu hava alla hjálp og allan stuðul, so tey aftur kunnu liva sum fræls menniskju. Tey skulu eisini hava møguleika fyri at fara til dómstólarnar, um tað er neyðugt. Føroya Landsstýri skal serliga hava vakið eyga við, at kvinnur og børn, ið bera brek, ikki eru fyri harðskapi og misnýtslu.


Grein 17 Rætturin at vera tann eg eri

Fólk, ið bera brek, hava, eins og øll onnur, likamligan og sálarligan avgerðarrætt yvir egnum kroppi og egnari sál.


Grein 18 Rættur at ferðast frítt og til tjóðskap Fólk, ið bera brek, hava, eins og onnur, rætt til sjálvi at avgera, hvar tey vilja vera. Hetta merkir, at: • fólk, ið bera brek, hava sjálvi rætt til at avgera, hvar tey vilja búgva • fólk, ið bera brek, hava rætt til at gerast ríkisborgari í øðrum londum • myndugleikarnir kunnu ikki nokta einum hendan rætt, tí at ein ber brek • fólk, ið bera brek, hava, eins og onnur, rætt til at fáa pass og onnur persónlig pappír • fólk, ið bera brek, kunnu frítt ferðast úr einum og hvørjum landi, eisini heimlandi sínum • fólk, ið bera brek, kunnu ikki verða noktað at ferðast inn í sítt egna land, tí tey bera brek • børn, ið bera brek, hava rætt til at fáa eitt navn, tá ið tey eru fødd. Tey hava eisini rætt til at gerast ríkisborgari í einum landi • børn, ið bera brek, hava rætt til at kenna og vaksa upp hjá foreldrunum, um tað er møguligt


Grein 19 At liva sjálvstøðugt og at vera við í samfelagnum

Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, hava somu møguleikar sum onnur til at liva og vera við í samfelagnum. Hetta skal Føroya Landsstýri tryggja: • at fólk, ið bera brek, eins og onnur, hava møguleika til at velja, hvar og saman við hvørjum tey vilja búgva • at fólk, ið bera brek, ikki kunnu verða tvungin at liva í einum ávísum búfelagsskapi ella búgva á einum ávísum bústaði • at fólk, ið bera brek, hava rætt til at fáa hjálp og stuðul heima • at fólk, ið bera brek, hava møguleika fyri at fáa hjálp, so tey kunnu vera partur av samfelagnum • at fólk, ið bera brek, eisini hava rætt og møguleika fyri at nýta tær tænastur og veitingar, sum onnur í samfelagnum fáa, og at hesar tænastur eru tillagaðar tørv teirra


Pe r s ó n l i g t fl y t - persó iføri nlig fer ð a t æ na við bili, sta bussi o. ø.

Grein

20

Persónligt flytiføri

Fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika fyri persónligum flytiføri. Hesum skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri:

ri F y l g ja b yr g d á r u v r ið he um be - ein, s , í t lpa at hjá brek

• at lætta um flytiføri hjá fólki, ið bera brek, so at tey hava møguleika fyri sjálvi at avgera nær, hvar og hvussu • at tryggja, at fólk, ið bera brek, hava møguleika at fáa fylgjarar og góð hjálpartól. Hjálpin skal vera so rímilig, at fólk, ið bera brek, kunnu gjalda fyri hana • at útvega fólki, ið bera brek, og fakfólki, sum arbeiða við fólki, ið bera brek, kunnleika og venjing í persónligum flytiføri • at eggja teimum, ið menna og framleiða nýggj tól og hjálpartól til fólk, ið bera brek, at taka atlit til ymisku tørvirnar fólk, ið bera brek, hava


Lættlesiligt - skrivað við orðum, sum eru løtt at lesa og skilja

t Punktskrif - pri kkar í ger pappír, sum já gt h tað møguli lesa blindum at

Grein 21 Talifrælsi, meiningarfrælsi og atkomu til upplýsingar

Fólk, ið bera brek, hava rætt at meina og siga tað, tey vilja. Tey hava eisini rætt til at fáa upplýsingar eins og øll onnur. Hesum skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri:

Teknmál - málið, sum deyv samskifta við

• at fólk, ið bera brek, fáa somu upplýsing og onnur. Tey skulu hava upplýsingarnar soleiðis, at tað verður tikið hædd fyri breki teirra. Hetta í góðari tíð og uttan meirkostnað. Tað kann t.d. vera við at nýta punktskrift ella útgávur, sum eru lættlisnar • í samskifti við almennu myndugleikarnar eiga fólk, ið bera brek, at hava møguleika fyri at nýta teknmál ella aðrar hættir at samskifta, ið tey ynskja • at eggja privatum fyritøkum, at upplýsingar um tænastur teirra eru atkomuligar hjá fólki, ið bera brek • at eggja miðlunum – útvarpi, sjónvarpi, bløðunum og á netinum – at gera upplýsingar teirra atkomuligar fyri tey, ið bera brek


Grein 22 Virðing fyri privatlívi

Fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur til privatlív. Hetta merkir, at eingin hevur rætt til at blanda seg í privatlív ella familjulív teirra. Eingin skal lesa persónlig brøv ella líknandi, uttan at persónurin sjálvur hevur sagt ja.

V irðing nnur, ka o a t ð ó g - at y eru su m t e

Myndugleikarnir kunnu blanda seg, um tað er lógligt ella orsøk er fyri tí, t.d. um harðskapur ella annar ágangur er í familjuni, ella um foreldur ikki á nøktandi hátt eru før fyri at ansa børnum sínum. Føroya Landsstýri skal tryggja, at persónligir upplýsingar bara verða sæddir av teimum, sum hava rætt til at síggja teir. Persónligir upplýsingar kunnu t.d. vera persónnummar ella upplýsingar um heilsu.


Grein 23 Virðing fyri heimi og familju

Fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur at verða gift, at fáa børn og hava ein maka. Hetta skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri: • at fólk, ið bera brek, sjálvi kunnu gera av, hvussu nógv børn tey vilja hava, og nær tey skulu hava tey • at fólk, ið bera brek, fáa ráðgeving um familjulív og ráðgeving um fyribyrging • at fólk, ið bera brek, ikki verða tvungin at verða steriliserað • at fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur til at vera foreldur. Hugsast skal altíð um, hvat er best fyri barnið • at børn, ið bera brek, hava sama rætt og onnur til eitt familjulív. Familjan skal fáa stuðul og upplýsingar, soleiðis at børn, ið bera brek, ikki verða goymd burtur, svikin, vanrøkt, avbyrgd ella givin øðrum • at eitt barn ikki kann verða tikið frá foreldrunum, um tey ikki ynskja tað. Hetta er ikki galdandi í umstøðum, har lógin sigur, at tað er best fyri barnið • at eitt barn ongantíð kann verða tikið frá foreldrunum, av tí orsøk, at barnið ella foreldrini bera brek


Grein 24 Útbúgving

Fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur til útbúgving. Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, hava somu møguleikar sum onnur at taka lut í eini innkluderandi útbúgvingarskipan á øllum stigum alt lívið. Hesum skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri: • at fólk, ið bera brek, hava somu møguleikar sum onnur at menna tað, tey duga og at finna sítt pláss í samfelagnum • at fólk, ið bera brek, eins og onnur kunnu liva í einum frælsum samfelagi og vera virkin í samfelagnum • at børn, ið bera brek, eins og onnur hava atgongd til ókeypis dygdargóða undirvísing í rímiligum umstøðum • at fólk, ið bera brek, hava atgongd til dygdargóð stuðulstiltøk, lagað eftir einstaka næminginum, so tey fáa sum mest burtur úr undirvísingini fakliga og sosialt • at undirvísing skal vera í punktskrift og øðrum samskiftishættum • at undirvísing skal vera í teknmáli • at tryggjast skal, at lærarar hava røttu førleikarnar • at fólk, ið bera brek, kunnu eins og øll onnur taka lut í undirvísing á fróðskaparsetri, vaksnamannaútbúgving ella handaligari útbúgving


Grein 25 Heilsa Fólk, ið bera brek, hava rætt til at hava so góða heilsustøðu sum gjørligt. Tey skulu ikki vera fyri mismuni, tí tey bera brek. Hetta skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri: • at fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur, at fáa so góða tænastu sum gjørligt frá heilsuverki og øðrum. Heilsuverkið er millum annað læknar, sjúkrahús og heimarøkt • at fólk, ið bera brek, skulu hava tær heilsutænastur, ið teimum tørva orsakað av breki teirra. T.d. kann tað vera kanningar, røkt og viðgerð. Tey skulu eisini hava tilboð um heilsutænastur, sum kunnu fyribyrgja, at tey fáa størri ella fleiri brek • at heilsutænastur skulu vera tøkar so tætt heiminum sum gjørligt • at starvsfólk í heilsuverkinum skulu viðgera eitt menniskja, ið ber brek, eins væl og onnur. Tí skulu starvsfólk hava vitan um, hvørji rættindi og hvønn tørv fólk, ið bera brek, hava • at fólk, ið bera brek, avgera sjálvi, um tey taka ímóti heilsutænastum • at fólk, ið bera brek, ikki vera fyri mismuni í sjúkratrygging ella lívstrygging • at tryggja at heilsutænastur ikki verða noktaðar, tí fólk bera brek


Grein

26

Hjálp at verða sjálvbjargin

Fólk, ið bera brek, skulu hava stuðul, so tey kunnu verða so sjálvbjargin sum gjørligt. Tey skulu kunnu liva so óbundin av øðrum sum gjørligt, og tey skulu kunnu vera við til so nógv sum gjørligt í samfelagnum. Hetta skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri: • at fólk, ið bera brek, so tíðliga sum gjørligt fáa greiðu á, hvat tey eru før fyri og tørv teirra • at fólk, ið bera brek, hava ta hjálp, sum er neyðug fyri at vera virkin í samfelagnum • at tilboð skulu vera so nær heiminum sum gjørligt. Hvør einstakur skal sjálvur gera av, um tey vilja vera við ella ikki • at tryggja útbúgving og eftirútbúgving fyri teir fakbólkar, sum arbeiða við fólki, ið bera brek • at styrkja um møguleikan at fáa hjálpartól og tøkni, sum kann stuðla einum, ið ber brek, at gerast sjálvbjargin



Grein 27 Arbeiði og starvssetan

Fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur til arbeiði og at vinna til lívsins uppihald við arbeiði. Arbeiðsmarknaðurin skal vera opin fyri øllum, og arbeiðsumhvørvið skal vera atkomuligt fyri fólk, ið bera brek. Hetta skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri: • at allur mismunur orsakað av breki skal vera bannaður. Hetta skal vera galdandi fyri øll sløg av arbeiði, og tað skal vera galdandi bæði fyri starvssetan og tilboð um betri starv • at fólk, ið bera brek, skulu hava somu sømdir sum onnur starvsfólk. Tey skulu hava somu løn fyri sama arbeiði, og sama rætt til tryggar og heilsugóðar arbeiðsumstøður. Tey skulu eisini vera vard ímóti happing. Tey skulu hava møguleika at klaga, um tey ikki hava somu arbeiðsumstøður sum onnur starvsfólk • at fólk, ið bera brek, skulu hava sama rætt sum onnur at vera limir í fakfelagi • at fólk, ið bera brek, skulu hava sama rætt sum onnur til vegleiðing um útbúgving og arbeiði, og at fáa útbúgving og eftirútbúgving og at fáa upplýsing um størv • at fólk, ið bera brek, skulu hava sama møguleika sum starvsfelagarnir at fáa eitt betri arbeiði • at fólk, ið bera brek, skulu hava sama møguleika sum onnur at byrja eitt sjálvstøðugt virki • at tað almenna skal seta fólk, ið bera brek, í starv • at tað eru skipanir, sum gera tað møguligt hjá privatum virkjum at seta fólk, ið bera brek, í starv. Privat virkir kunnu t.d. fáa stuðul ella serligan framíhjárætt, um tey seta fólk, ið bera brek í starv • at ein rímilig tillaging skal vera á arbeiðsplássunum, so fólk, ið bera brek, kunnu arbeiða har • at fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika fyri at fáa arbeiðsroyndir á vanligum arbeiðsplássum • at tað skulu vera skipanir, sum kunnu hjálpa fólki, ið bera brek, at varðveita eitt arbeiði ella seinni at koma aftur til sama arbeiði. T.d. við endurvenjing ella umskúling • at fólk, ið bera brek, skulu ikki tvingast at arbeiða ókeypis



Grein 28 Eitt trygt lív og nøktandi lívskor

Fólk, ið bera brek, hava rætt til mat, klæðir og eitt stað at búgva. Fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum øll onnur at royna at betra um lívskor teirra. Hetta skulu tey hava rætt til uttan nakran mismun. Fólk, ið bera brek, og familjur teirra skulu hava rætt til sosialan tryggleika. Um tey eru fátæk, hava tey rætt til hjálp, t.d. at gjalda fyri hjálpartól og fyri ta røkt, sum teimum tørvar. Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, á jøvnum føti við onnur hava atgongd til bústaðir, sum eru bygdir við stuðli frá tí almenna. Fólk, ið bera brek, hava sama rætt til pensjón sum øll onnur.

Hjálpartól - tól, ið kann gera lívið lættari


Grein 29 At vera við í politiskum og almennum lívi

Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, kunnu vera við í politiskum lívi. Tey skulu, eins og onnur, hava møguleika fyri at nýta politisku rættindi teirra. Fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika fyri at atkvøða til øll almenn val. Hetta skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri: • at valstøð skulu vera atkomulig • at upplýsingar um valið skulu vera lættar at skilja og lesa • at fólk, ið bera brek, sjálvi kunnu velja ein fylgjara, sum kann hjálpa teimum við tí praktiska, tá ið tey skulu atkvøða • at fólk, ið bera brek, skulu eins og øll onnur hava møguleika at atkvøða frítt eftir egnari sannføring. T.v.s., at valið skal vera loyniligt og uttan nakað trýst frá nøkrum Fólk, ið bera brek, skulu eisini hava møguleika fyri sjálvi at stilla upp til val. Um tey verða vald, skulu tey hava somu møguleikar sum aðrir politikarar at vera við í politiska arbeiðinum. T.d. skulu tey hava tøknilig hjálpitól, um tað er neyðugt. Fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika fyri at vera við í felagsskapum og áhugafeløgum t.d. politiskum flokkum. Tey skulu eisini hava møguleika fyri at vera við í limafeløgum fyri tey, ið bera brek, og fyri at samstarva við onnur limafeløg aðrastaðni í landinum og í øðrum londum.


Grein 30 At vera uppi í mentanarlívi, frítíðarlívi og ítrótti

Fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur at vera við í mentanarlívi. Hetta merkir, at: • Føroya Landsstýri skal tryggja, at mentanartilfar er til taks, sum er í atkomuligum sniði • Føroya Landsstýri skal tryggja, at sjónvarpssendingar, filmir, sjónleikir og annað mentanarligt virki er atkomuligt • fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika fyri at fara til sjónleik, søvn, biograf, bókasøvn og tilboð til ferðafólk. So vítt gjørligt skulu fólk, ið bera brek, vitja tey støð, sum hava serligan mentanarligan týdning fyri Føroyar Ongar lógir ella reglur skulu vera í vegin fyri at fólk, ið bera brek, fáa atgongd til mentanarlívið. Fólk, ið bera brek, skulu sjálvi hava møguleika fyri at nýta evni teirra innan list og mentan. Ikki bara fyri teirra egnu skuld, men til gleði fyri alt samfelagið. Føroya Landsstýri skal viðurkenna og stuðla, at fólk, ið bera brek, hava rætt til at røkja mentan og mál teirra, t.d. mentanina hjá deyvum og teknmál. Fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika at íðka ítrótt og at vera við í øðrum frítíðarvirksemi. Hetta skal Føroya Landsstýri tryggja: • at fólk, ið bera brek, so vítt gjørligt vera við í vanligum ítróttarvirksemi á øllum stigum • at serlig ítróttartilboð skulu vera til tey, ið bera brek. Tey skulu hava somu hentleikar og somu møguleikar fyri venjing og útbúgving sum onnur ítróttarfólk • at fólk, ið bera brek, hava atkomu til náttúruna og onnur frítíðarstøð, t.d. ítróttarøki og støð fyri ferðafólk • at børn, ið bera brek, hava somu møguleikar sum onnur børn fyri at spæla og vera við í frítíðarvirksemi og ítrótti, millum annað í skúlanum


Viðurkenna - at góðtaka


Grein

31-50

Eftirlit við, at sáttmálin verður virdur og íverksetan av sáttmálanum

Føroya landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum. Tí er neyðugt at skipa fyri, at eftirlit er við, at sáttmálin verður virdur. Samfelagið sum heild, serliga fólk, ið bera brek, og tey feløg, ið umboða tey, skulu verða knýtt at eftirlitsgongdini.



ST nevnd

ST setur eina nevnd at røkja rættindini hjá fólki, ið bera brek. Í nevndini eru serfrøðingar frá fleiri londum, og umboða teir ymiska mentan og ymiskar rættarskipanir. Javnt er býtt millum kynini, og serfrøðingar, ið bera brek, eru við. Øll limalond skulu lata nevndini frágreiðing um tað, ið gjørt er til at seta í verk sáttmálan, og um tey framstig, gjørd eru í tí sambandi. Frágreiðingar kunnu siga frá viðurskiftum og avbjóðingum, sum gera sítt til, at ikki er komið nóg langt við at halda tær skyldur, sum hesin sáttmáli áleggur. Nevndin skal meta um frágreiðingina og skal koma við uppskotum og geva tilmæli, sum hon metir eru hóskandi. Limalandið kann svara nevndini aftur og senda allar tær upplýsingar, nevndin vil hava. Nevndin kann biðja um fleiri upplýsingar frá limalandinum, ið eru viðkomandi fyri at seta henda sáttmála í verk. Føroya Landsstýri skal síggja til, at hesar frágreiðingar eru til taks hjá almenninginum víða hvar í heimlandi teirra, og at tað lættliga slepst fram at uppskotunum og almennu tilmælunum í sambandi við hesar frágreiðingar.


d i ni Limalon eitt av u r e r a y t - Føro um, tí vi n u d n o l lima irskrivað d n u a v ha a n, so sáttmál v i r ka n n a k n ha n her



Orðalisti Nøkur av orðunum, ið brúkt verða: Kenslulig brek - brek í sansunum Javnrættindi - at hava somu rættindi sum onnur (grein 1) Rættindi - tað, ið ein hevur rætt til ella kann krevja (grein 3) Føroya Landsstýri - stýri, ið løgtingið velur at stjórna Føroyum, at fremja løgtingslógir í verki og at hava fyrisitingina um hendur (grein 4) Mismunur - merkir tað sama sum mannamunur (grein 5) Sjálvbjargni - at klára seg sjálvan uttan hjálp frá øðrum (grein 6) Fordómur - hugsan, ið ein hevur um eitthvørt frammanundan og ikki sonn vitan (grein 8) Atkoma - at hava atgongd til (grein 9) Misnýtsla - at nýta á skeivan hátt (grein 12) Javnbjóðis - at hava sama rætt og á jøvnum føti (grein 17) Fylgjari - ein, ið hevur ábyrgd at hjálpa tí, sum ber brek (grein 20) Persónligt flytiføri - persónlig ferðatænasta (grein 20) Teknmál - málið, sum deyv samskifta við (grein 21) Lættlesiligt - skrivað við orðum, sum eru løtt at lesa og skilja (grein 21) Punktskrift - prikkar í pappír, sum ger tað møguligt hjá blindum at lesa (grein 21) Virðing - at góðtaka onnur, sum tey eru (grein 22) Hjálpartól - tól, ið kann gera lívið hjá teimum, ið bera brek, lættari (grein 28) Viðurkenna - at góðtaka (grein 30) Limalondini - Føroyar eru eitt av limalondunum, tí vit hava undiskrivað sáttmálan, so hann kann virka her (ST nevnd)




Lukka er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag, og vón okkara er, at hon kveikir áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek.

www.megd.fo


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.