MBF blaðið 1-2016

Page 1

www.mbf.fo

BLAÐ NR. 1, oktober 2016

Lukka vísir veg til javnrættindi Fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur til útbúgving


MENNANDI fólkaskúlin fyri øll Skúlin fyri øll hevur seinastu árini verið yvirskriftin fyri føroyska fólkaskúlan. Her eiga vit tó ikki bara at tosa um skúlan fyri øll, men um mennandi skúlan fyri øll. Tað er ikki nóg mikið at vera til staðar, men møguleiki skal vera fyri luttøku so ella so, og neyðugt er at allir næmingar verða góðtiknir og viðurkendir, júst sum teir eru. Ynskið um, at fólkaskúlin skal fevna øllum er sjálvsagt neyðugt og rætt. Ein mennandi fólkaskúli er jú avgjørd fyritreyt, um føroysk børn og ung skulu møta framtíðini við møguleika at vera virkin í arbeiði og í víðari útbúgving annars. Hóast fólkaskúlin í sjálvum sær ikki er fyrireiking til miðnám, so kunnu vit einfalt staðfesta, at flest øll ung leita sær, eftir loknan fólkaskúla, til eitt av mongu miðnámsskúlatilboðunum. Nú serbreyt er vorðin veruleiki á fleiri miðnámsskúlum, setir hetta eisini nýggj krøv til fólkaskúlan. Viðkomandi er her at vísa til tilmælið um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi, sum varð handað landsstýrismanninum í januar 2015, har innklusjónshugtakið í skúlahøpi varð lýst. Hugtakið snýr seg nevniliga um at økja luttøkuna hjá næmingum í, og minka útihýsing frá, undirvísing, mentan og samfelagi í staðbundna skúlanum; at umskipa mentan, politikk og mannagongdir í skúlanum, so tey svara til fjølbroytni næminganna á staðnum, at allir næmingar, ið eru í vanda fyri at verða útihýstir úr felagsskapinum, kunnu vera til staðar, taka lut og fáa frama, ikki bara tey við breki ella tey, ið eru roknað at „hava serligan undirvísingarligan tørv”.

Eisini varð í tilmælinum víst á, at fyri at innklusjón kann verða framd í verki í skúlanum, eru nøkur øki, ið mugu vera nøktað. Hesi eru: at vera fysiskt til staðar í „sínum” lokala stovni, at vera góðtikin og viðurkend bæði av starvsfólki og næmingum á stovninum, at taka virknan lut í virkseminum saman við hinum og at hava rúm fyri positivari sjálvsmenning fakliga, sosialt og viðvíkjandi persónsmensku. Væl vitandi um, at eitt stórt arbeiði longu er lagt í hetta, so vil MBF við hesum aftur varpa ljós á týdningin av einum vælvirkandi og mennandi fólkaskúla fyri øll. Miðvíst eigur at verða arbeitt við at koma innkultiónshugtakinum til lívs, og at tað verður gjørt soleiðis, at tað gagnar næminginum. Eins og víst verður á inni í blaðnum, so hevur tað ovurstóran týdning, at lærarar verða førleikamentir, og at møguleiki verður í nøktandi mun at seta tíð og orku inn. Við slagorðinum „Rætturin at vera tann eg eri” vísir LUKKA í grein 24 á, at øll hava rætt til útbúgving, og at teimum skal verða tryggjað, at tey hava somu møguleikar sum onnur at taka lut í eini innkluderandi útbúgvingarskipan á øllum stigum. Júst her hevur fólkaskúlin og avvarðandi myndugleiki eina stóra ábyrgd í at gera hetta til veruleika øllum føroyskum børnum og ungum at frama. Góðan lesihug! TÓRA VIÐ KELDU

forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum

Útgevari: Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum – Íslandsvegur 10c – 100 Tórshavn – Telefon 317373 – mbf@mbf.fo heimasíða: www.mbf.fo – skrivstovutíð: týsdag, mikudag og hósdag 10.00 – 15.00 Starvsnevnd: Tóra við Keldu, forkvinna – Jørmund Foldbo, næstformaður – Anna Dahl Olsen – Gudny Benjaminsdóttir – Jákup Danielsen Ábyrgd: MBF lagt til rættis: Sp/f Rit&Ráð telefon 229242 Prent, uppseting og liðugtgerð: Føroyaprent – www. foroyaprent.fo – tel. 314 555 Loyvt er at endurgeva tilfar ella partar av tilfari ( myndir undatiknar) treytað av, at keldan verður upplýst Forsíðumynd: Edward Fuglø 2

Baksíða: Heidi Andreasen | MBF


INNIHALD John Hendrik Holm

Emmy Joensen

Vit eiga at leggja størri dent á serøkið

Tað besta fyri barnið

4 Durita P. Joensen

Ein rúmsáttur skúli í einum rúmsáttum samfelag

10

Suni úr Hørg

At kunna spæla fótbólt og koyra bil, eru ting eg sakni nógv

12 20

Ása Olsen

Hæddarpunktini innan brekøkið seinastu 5 árini

Bárður Persson

Jú longri vit bíða, jú fleiri av okkum liggja eftirá

16 23

MBF

|

3


Orð og mynd: Tórfinn Smith

SERØKIÐ INNAN FÓLKASKÚLAN

Emmy Joensen, stjóri á Sernám:

Tað besta fyri barnið – Tað er okkara fremsta mál. Okkara besta boð er at fjøltátta tilboðini í fólkaskúlanum at tryggja javnbjóðis læru- og menningarmøguleikar fyri øll børn. Hinvegin eru eisini børn sum fólkaskúlin ikki røkkur, men nýggj kunngerð ger tað nú lættari at geva hesum børnum við serligum avbjóðingum eitt nøktandi tilboð í nærumhvørvinum, sigur stjórin á Sernámi 4

| MBF


SERØKIÐ INNAN FÓLKASKÚLAN

kunnu avbjóðingarnar vera stórar í mun til at kunna røkka og skapa javn­bjóðis læru- og menn­ing­ar­møgu­ leikar til øll børn. Børn eru ymisk, læra og mennast ymiskt, og børn, ið hava serligan tørv eru ikki øðrvísi í so máta, sigur hon, og leggur afturat, at besta boðið, at tryggja javnbjóðis læru- og menningarmøguleikar fyri øll børn, er at halda áfram at fjøltátta til­boðini í fólkaskúlanum.

árinum, og lýsa nýggj mál og ynski fyri komandi skúlaár. Sernám fær eftir­metingarskjølini inn áðrenn fund­ ir­nar við skúlarnar, og á henda hátt, fáa vit gott innlit í, hvussu skúlarnir brúka og skipa stuðulin og hvat næm­ingarnir fáa burturúr. Men tað er ein avbjóðing á hvørjum ári at fáa játt­anina at røkka, sigur Emmy Joen­ sen.

Fleiri tørva serligan stuðul

Hví talið á næmingum, sum hava ser­ligan tørv, økist ár um ár er sera trupult at geva eitt eintýðugt svar uppá. Tað eru ivaleyst fleiri orsøkir, held­ur stjórin á Sernámi. – Tað hevði verið sera áhugavert at kanna orsøkirnar til tað í okkara skúlaverki, men enn er eingin gransk­ ing gjørd í Føroyum um hesi viðurskifti. Aðrastaðni vilja granskarar m.a. vera við, at ein høvuðsorsøk man vera, at modernaða samfelagið setur heilt onnur krøv og væntanir til bæði børn og vaksin. Umstøðurnar sum børn í dag vaksa upp í eru eisini munandi broyttar. Børn í dag skulu fyrihalda seg til nógv skiftandi vaksin, bæði for­eldur, starvsfólk á dagstovnum, skúlum, frítíðarskúlum. Fleiri uppliva eisini stórar broytingar í familjuni, og alt hetta ber barnið við sær og viðvirkar til, at barnið hevur trupult at fóta sær í skúlanum, sigur Emmy Joensen, sum er varin at sammeta okk­ara viðurskifti við tey aðrastaðni, men sigur tó, at í Føroyum hevur verið vanligt at øll børn fara í ein vanligan skúla, mótvegis eitt nú í Danmark, har tey hava verið rættiliga nógv skjót­ari at ávísa børn við serligum tørvi í sertilboð ella serskúla. Børn og ung hava tørv á góðum sam­bondum við vaksin og onnur børn. Hetta er sera týdningarmikið í skúlanum eisini. – Spyr tú lærarar ella foreldur, so eru mong sum siga, at tað eru ikki bert børn við serligum tørvi, sum eru broytt. Broytta avbjóðingin í skúl­

Játtanin á fíggjarlógini til ser­náms­ frøði­ligan stuðul er øktur øll tey sein­ astu árini, men samstundis er talið á børn­um, sum hava brúk fyri serligum stuðli, eisini vaksið, og tað ger tað sjálvandi truplari at kunna játta skúl­ un­um so nógvar stuðulstímar sum skúl­arnir ynskja at fáa til endamálið, sigur Emmy Joensen.

Neyv meting

Emmy Joensen er stjóri í Sernámi, hvørs høvuðsuppgáva er at veita sernámsfrøðiliga ráðgeving, veg­ leið­ing og stuðul, soleiðis at børn og ung kunnu styrkjast í menn­ing­ ini, sum fevnir um sosiala, krops­ liga, persónliga, málsliga og kogn­ it­iva menning, soleiðis sum enda­ máls­greinin er orðað. Emmy er sann­ førd um, at lógartryggjaði rættur okkara at børn sleppa at ganga í einum vanligan skúla, er tað berandi í okkara skúlaskipan. Júst hetta, at munur má ikki gerast á børnum hóast nøkur teirra hava ein serligan tørv. Tey verða, á líka fóti við øll onnur, innskrivað í fólkaskúlan. Hinvegin

Á hvørjum ári skal sernámsfrøðiligi stuðulin eftirmetast og tørvurin endurskoðast til komandi skúlaár. Hvussu mikið kann tillutast hvørjum skúla at nýta til næmingar sum hava ser­ligan tørv, verður, við støði í játt­ an­ini, samlaða næmingatalinum og tørv­inum hjá tí einstaka barninum og skúlanum, gjørt eftir eini neyvari meting av Sernámi. – Í okkara metingum leggja vit stór­an dent á, at tey børn, sum hava serligan tørv, ikki bert verða eitt navn á pappírinum, men at vit kenna teirra viðurskifti, tørv og teirra úr­tøku av undirvísingini í skúlanum. Vit hava seinastu fimm árini havt støðu- og eftirmetingarfundir við allar skúlarnar eftir einari fastari skrá, har vit umrøða støðu, úrtøku og trivnaðin hjá øllum næmingunum sum hava serligan tørv. Á henda hátt fylgja vit, saman við skúlanum, gongd­ini hjá næmingunum ár fyri ár. Hvør næmingur hevur eitt støðu- og eftirmetingarskjal, har lærararnir og stuðlarnir eftirmeta úrtøkuna í skúla­

Onnur krøv í dag

MBF

|

5


SERØKIÐ INNAN FÓLKASKÚLAN un­um er m.a. at børnini eru blivin nógv meira opin, og mangan siga lærarar, at teir ofta brúka meira tíð at fáa næmingarnar til læra at bera seg sømiliga at í skúlanum, sigur Emmy og leggur aftrat, at fólk í dag hava í størri mun enn fyrr lyndi til at hugsa sjálvsøkni, hetta ávirkar sjálvsagt eis­ini børnini, sum lærarar lýsa eru vorð­in meira egosentrisk. Hon heldur eisini, at ein annar spurningur er um ein av orsøkunum til hækkandi talið er at vit síggja skjótari børnini í truplum støðum enn vit áður gjørdu, nú vit hava so mong serútbúgvin starvs­fólk bæði á dagstovnum og skúlum kring alt landið.

Skúlastødd ikki avgerandi

Tað verður mangan sagt og hildið, at tess størri skúlaeindin er, tess betri eru umstøðurnar hjá øllum, men hes­um er Emmy Joensen ikki heilt samd í. – Tað sum vit síggja í mun til læri­ um­støðurnar hjá næmingum sum eru í okkara skipan, so er tað ymisk frá skúla til skúla, men einki sum bendir á, at tað eru verri fortreytir úti á teimum smærru økjunum, hóast mong hugsa tað. Tað sum vit hinvegin síggja er, at tað kann vera rættiliga ymiskt frá flokki til flokk og frá lærara til lærara hvussu hesi megna uppgávuna. Tað eru smáir skúlar sum eydnast væl at skipa undirvísingina soleiðis at børn, sum hava serligar avbjóðingar, fáa tilognað sær teir førleikar sum skulu til, bæði fakliga, persónliga og sosialt eins og tað er á størru skúl­­ unum, sigur stjórin á Sernámi. -Men tá vit tosa um hin generella bólk­ in, næmingar sum ikki hava tørv á serligum stuðli, eiga vit at hugsa um, at menniskjað er ógvuliga sosialt í botn og grund, so hava tey bert gott av at vera ein partur av einum væl­ virk­andi felagsskapi og øllum tí sum hartil hoyrir. Tað haldi eg at vit eiga at stremba eftir, eisini um tað ber í sær at niðurleggja onkran lítlan skúla, tí sambandið millum flestu bygd­­ir er sera gott og fjarstøðan lítil, men

6

| MBF

hetta seinasta er ikki nakað sum vit í veruleikanum hava nakað við at gera. Tað er ein politiskur spurn­ing­ ur, sigur Emmy Joensen.

Sertilboð

Hóast Emmy Joensen er sannførd um at fólkaskúlin er tann besti pall­ ur­in hjá øllum næmingum, so má hon ásanna, at tað eru nøkur børn sum hava tað rættiliga trupult og hava brúk fyri meira friði og meira nær­ veru og við einum nógv meira skip­ að­um pedagogikki, sum er trupul at skipa inn í vanliga flokkin. Børn hava ymiskar fortreytir at læra og tilogna sær læru á ymsan hátt. Um ein ella fleiri næmingar einki fáa burt­ urúr undirvísingini, og kann skúla­ gongdin hjá teimum gerast eitt „ upphald”, har næmingur bara upp­ livir niðurløg og tað hevur sera nei­ liga ávirkan á hansara menning. Kunn­gerðin frá 21. apríl í ár, um ser­u ndirvísing, serligan tørv og sernámsfrøðiligan stuðul ásetur greið­ari reglur um, hvussu skúlin og Sernám í samráð við foreldrini kunnu skipa sertilboð ella serlig átøk í skúlanum ella skúlaøkinum. Tað sum er avgerandi er, at tillaga um­støðurnar soleiðis, at barnið fær møguleika at læra og mennast og fáa nakað burturúr undirvísingini, hóast tað ikki er vist at hesi tilboð eru júst í heimbygdini hjá viðkomandi næmingi. – Ætlanin er ikki at skipa sertilboð úti á hvørjum tanga, men vit ásanna, at tað eru eisini nøkur børn, sum læra betur í minni bólkum, og hava tørv á at hoyra til ein minni felagsskap, og tá mugu vit hyggja tvørtur um komm­ unumørk og út um tann vanliga skúl­ an, og tað gevur kunngerðin okkum møguleikar fyri, sigur Emmy.

Góðar royndir

Stjórin á Sernámi greiðir frá, at tey hava seinastu árini havt góðar royndir at skipa tílík tilboð. Fleiri skúlar kring landið hava skipað sertilboð til næm­ ingar við serligum tørvi við tí enda­

máli at skapa betri læriumstøður til hend­an bólkin av næmingum. Nýggja kunngerðin ásetur greiðar regl­ur um hesi viðurskifti, og fáa vit nú enn betri møguleikar við tílíkum tilboð­um. Landsstýriskvinnan hevur í vár góðkent eitt serskúlatilboð í Suð­ ur­oynni, sum nú hevur virkað síð­ ani skúlaársbyrjan. Harumframt er serskúlatilboðið í Tórhavn, sum síðan 2009 hevur verið ein roynd­ar­verk­ ætlan, frá 1. apríl, skipað sum var­ andi tilboð í Skúlanum á Fløtum. – Onkur kann halda, at hetta gong­ ur ímóti hugsanini við tí inklud­erandi skúlanum, men hesum eri eg ikki samd í. Vit eiga altíð at menna fólka­ skúlan ikki minst við at før­leikamenna bæði lærarar og námsfrøðingar at taka sær av undirvísingini og ser­ undirvísingini í tí inkluderandi fólka­ skúlanum, har møguleikin fyri læring og menning hjá so mongum sum á nakran hátt gjørligt, er skipaður. Men vit mugu eisini taka atlit til tey viðurskifti, har vanligi skúlin ikki hevur umstøður at geva næmingunum eitt nøktandi tilboð og til tess hjálpir nýggja kunn­gerðin almikið, bæði fyri for­eldur, skúlan og okkum á Sernámi, sigur Emmy Joensen.

§ 8. Serflokkar umfata serligar skip­anir í tí vanliga fólkaskúlanum, har givin verður undirvísing og sernámsfrøðiligur stuðul. Stk. 2. Eftir góðkenning lands­ stýr­is­mansins tilmælir og skipar Sernám serflokkar. Stk. 3. Sernám hevur vegna lands­stýrismannin eftirlit, innlit og yvirlit yvir næmingar í serflokkum og serskúla.


SERØKIÐ INNAN FÓLKASKÚLAN

Hanus Joensen, skúlastjóri og formaður í Skúlaleiðarafelagnum:

Orð og mynd: Tórfinn Smith

Útbúnu starvs­fólk­ini eru alt avgerandi

– Sum skúli kunnu vit altíð ynskja okkum enn fleiri tímar til serøkið, men talið á tímum er ikki alt. Tað ræður ikki minni um, at vit fáa sum mest burtur úr útlutaðu tímunum. Tí leggja vit sera stóran dent á, at okkara starvsfólk støðugt menna sínar førleikar, sigur Hanus Joensen, stjóri á Skúlanum á Fløtum Tá talan er um serøkið innan føroyska fólkaskúlan hoyra vit mangan, at alt ov fáir tímar verða tillutaðir økinum frá almennu skipanini. Hesum er Hanus Joensen ikki ósamdur í, tí hvør ein­

stakur skúli kann altíð hugsa sær fleiri tímar enn hann fær, men tað snýr seg kortini ikki bert um tal á tím­um, sigur skúlastjórin. – Eins týdningarmikið tað er at fáa

eitt ávíst tímatal er at brúka tím­arnar við skili so mest møguligt fæst burt­ urúr. Og tað gerst best við at hava væl kvalifiserað starvsfólk,- fólk við góðari viðkomandi útbúgving og

MBF

|

7


SERØKIÐ INNAN FÓLKASKÚLAN

drúgvum royndum. Hevur tú fólk við førleikum, hevur tú eisini eina áhaldandi menning á økinum, soleiðis at tú alla tíðina kann royna nýggjar leiðir og harvið finna bestu loysnir, sigur Hanus Joensen, sum heldur, at tey á Skúlanum á Fløtum, sum saman við Skúlatrøð er nógv hin størsta skúlaeindin í landinum, eru rættiliga væl fyri. – Tað er altíð ein vandi fyri at tú arbeiðir á sama hátt sum tú altíð hevur gjørt. Tí mugu vit støðugt hugsa um, hvussu vit kunnu flyta okkum í okkara arbeiði og taka í egnan barm og eftirmeta, hvussu vit kunnu gera okkara arbeiði enn betri. Hetta við einum einstøkum lærara til hvørt barnið var einaferð gott latín, tá talan var um serundirvísing, men tað er ikki loysnin. Í einstøkum førum má tað gerast, men sum heild er hetta ikki nøkur góð loysn. Útgangsstøðan er flokkurin. Júst tað er fólkaskúlahugtakið,- styrkin í fólkaskúlanum, sum er fyri øll, og her møtast øll úr øllum sosialum stigum, og hetta er sanniliga eisini galdandi fyri serøkið, sigur skúlastjórin á Fløtum.

Fleiri tørva hjálp

Hanus Joensen vísir á, at talið á teim­ um næmingum sum tørva serliga hjálp økist spakuliga, og tørvurin hjá hvørjum einstøkum næmingi økist enn meira. Nakrir næmingar eru rættiliga tungir og hava stórar avbjóðingar. Skúlastjórin fegnast tí um tey mongu serútbúnu starvsfólkini skúlin hevur, og sum eru mondulin (krumtappurin) í øllum arbeiði innan serøkið, sum hann tekur til. Hann heldur eisini tað vera til stóran fyrimun, at virkað verður alt meira tvørtur um fakmørk nú skúlin hevur

8

| MBF

sett tríggjar námsfrøðingar í fast starv. Finnland er eitt land sum mangan verður hugt eftir í skúlahøpi, har tey krevja akademiskt útbúnar lærarar at undirvísa í teimum eldru fólkaskúlaflokkunum. Spurdur um tað er ein leið hjá okkum at ganga sigur Hanus Joensen, at tað er sjálvandi altíð ein leið at ganga at útbúgva fólk væl og ikki av minni týdningi hjá okkum at vera væl útbúgvin sum arbeiða við at útbúgva onnur. Hann leggur aftrat, at útbúgvingin snýr seg bæði um tann fakliga partin og undirvísingarførleikan, tí einsamøll er vitanin ikki nógmikið. Námsfrøðiligi parturin hevur eisini ovur stóran týdning. Týdningur av at hava væl útbúgvin fólk kann ikki metast ov høgt, og tí fer skúlin altíð at stuðla uppundir, at starvsfólkini nema sær best møguligan kunnleika, sigur skúlastjórin, sum vónar at játtandi myndugleikar eisini vísa vælvild at játta pengar til longri sum styttri skeið, tí vit síggja øll, hvussu stóran týdning tað hevur og at lærarar eisini sjálvir heldur enn fegnir vilja førleikamenna seg at nøkta nútíðar krøv til undirvísing á mongum ymiskum stigum.

Servitan ger stóran mun

Skúlin á Fløtum hevur nógv serútbúgvin fólk í lærarahópinum, og at hesi gera sera stóran mun í dagliga arbeiðinum á skúlanum, hevur skúlastjórin fleiri dømi um. – Vit hava m.a. ein serútbúnan lærara í lesing, sum burturav virkar í innskúlingini. Hvør einstakur næmingur verður testaður fyri at finna teir næmingar, sum eru lesiveikir. Tað kann kanska tykjast eitt sindur løgið, at tað skal vera neyðugt at gera so nógv burturúr,

men tað er ein sannroynd, at hetta er ikki altíð eins lætt at finna útav, tí vit hava fleiri dømi um at tað eru næmingar, sum eru komnir langt upp í skúlaskipanina, áðrenn vit hava lagt til merkis, at teir eru orðblindir. Tá vit nú hava ein serfrøðing á økinum er heilt upplagt at hann er settur til hesa uppgávuna, og tað hevur sanniliga gjørt mun og hevur bøtt munandi um lesiførleikarnar hjá fleiri av okkara næmingum, sigur Hanus Joensen, og leggur afturat, at sama ger seg galdandi tá ræður um at finna næmingar, sum eru veikir á øðrum økjum, soleiðis at vit vita hvussu vit best kunnu hjálpa hesum næmingum.

Deila servitan

Hugburðurin hjá øllum sum arbeiða innan skúlagátt er øgiliga nógv broyttur, sigur Hanus Joensen. – Tað er sum hurðarnar eru tiknar av floksstovunum. Lærarin er ikki longur einsamallur um flokkin. Lærarar tosa saman um tær serligu avbjóðingar sum eru, og eingin óttast fyri at seta orð á sínar styrkir og veikleikar eins og tær avbjóðingar sum eru, og royna at loysa hesar í felag. Arbeiði í toymum er alt meira vanligt, og lærarar vilja fegnir læra hvør av øðrum. Hvør einstakur lærari kann ikki vera serfrøðingur á øllum økjum, og tí hevur tað ómetaliga stóran týdning at okkara serfrøðingar deila sína vitan til sínar starvsfelagar, so vitanin kemur øllum til góðar. Opinleiki er lykilin til alt, sigur skúlastjórin.

Fyrimunir við størri eindum

Skúlaeindirnar kring landið eru sera ymiskar til støddar. Í Havn og í Klaksvík eru tær rættiliga stórar eftir føroyskum viðurskiftum. Har ber, sum


SERØKIÐ INNAN FÓLKASKÚLAN

vera man, mangt til at samskipa sum er meira torført aðrastaðni. Umframt at Hanus Joensen er skúlastjóri fyri landsins størstu skúlaeind er hann eisini formaður í skúlaleiðarafelagnum. Hann er ikki í iva um hvat tænir teimum næmingum best sum hava serligar avbjóðingar. – Í smærri økjum er neyðugt at savna. Liggur hetta bert úti á teimum smáu skúlunum við einum

ella tveimum lærarum verður orkan at taka sær av næmingum við serligum avbjóðingum ógvuliga avmarkað. Tess størri eindin er tess størri er møguleikin at hava fólk við neyðugu førleikunum sum kunnu stýra tí partinum, sum eisini er aðalhugsanin við førleikastovunum. Hesar virka ikki alla staðni. Hetta krevur nógv av øllum pørtum, og eru ikki allir partar viljaðir til samstarv,

fæst ikki nóg nógv burturúr, sigur Hanus sum ásannar, at smáar eindir kunnu vera neyðugar á útoyggjum, men har stutt er millum bygdir og gott vegasamband er, var munandi gagnligari við størri samstarvi.

Serøkið

-eitt vítt hugtak við ymiskum skipanum Í fólkaskúlahøpi eru fleiri ymiskar skipanir í sambandi við serøkið. Næmingatalið í Skúlanum á Fløtum, sum enn heldur til ymsa­ staðni í Havn, er 742. Har­afturat eru 31 sum hava sertilboð og tveir næmingar í Dímun, tilsamans 775 næmingar.

Virðisgrundarlag Skúlans á Fløtum byggir á víðskygni og fjølbroytni

– við denti á fakliga styrki og kreativu-/musisku lærugreinirnar Endamál skúlans er á kristn­ um grundarlagi við virðing fyri ymiskleikanum at uppala næm­ ingarnar til sosialt medvitandi, sjálvstøðugt hugsandi, tolsom og virkisfús menniskju, har øll verða sædd, hoyrd og viðurkend. Øll luttaka virkið og samvitskufult í einum jaligum skúlaumhvørvi við best møguligu lærutilgongd

fyri eyga hjá hvørjum einstøkum næmingi. Til tað sum verður kallað vanliga serundirvísing í fólkaskúlanum verða játtaði 13 prosent av samlaða næmingatalinum í skúlanum. Sambært meting frá skúla og Sernámi fær skúlin játtað eina ávísa upphædd í mun til serligan tørv hjá næmingum við serligum avbjóðingum. Aðrar skipanir sum fevna um serøkið eru:

SSP

– skúli – sosialu myndugleikarnir – politi

AKT:

Atferð – kontakt – trivnaður

SI-venjingar: sansasamskipandi venjingar

Sertilboð 4-10:

Sertilboðið er við gildi frá 2016 starvs- og leiðsluliga partur av Skúlanum á Fløtum. Talan er um ser­tilboð til næmingar úr 4 til 10 flokk sum hava serligar avbjóðingar. Í løtuni eru 31 næmingar í eindini, sum heldur til í Ytra skúla við Landa­ vegin. Hesir næmingar koma ymsa­ staðni frá í landinum.

Lopfjølin

heldur til á Margarinfabrikkini og leiðsluliga er partur av Skúlanum á Fløtum. Hetta er eitt øðrvísi tilboð í avmarkaða tíð til næmingar við serligum avbjóðingum, onkustaðni millum heimaundirvísing og vanligu floksfrálæruna. Pláss er fyri 4-6 næmingum. Hesi bæði seinast nevndu øðrvísi og ymisku tilboð til næmingar við serligum tørvi eru hig­artil sera væl eydnað.

MBF

|

9


SERØKIÐ INNAN FÓLKASKÚLAN

Durita P. Joensen, skjúlastjóri:

Orð og mynd: Tórfinn Smith

Ein rúmsáttur skúli í einum rúmsáttum samfelag – Hóast áhaldandi skerjingar eru vit rættiliga væl fyri á serøkinum ikki minst takkað verið okkara dugnaligu starvsfólkum, sum brenna fyri sínum arbeiði, sigur Durita P. Joensen, skúlastjóri við Løkin – Eftir at vit á skúlanum hava gjørt okkara metingar hvussu mikið av tímum, vit meta tørvur er á fyri at røkja okkara serøki til fulnar, fund­ ast vit við Sernám um hetta sama, og sum hareftir býtir tímarnir út í mun til samlaðu játtanina frá Menta­mála­

10

| MBF

ráðn­um til føroyska fólkaskúlan. Tá vit so fáa boð um hvussu mikið er tillutað okkum, er sama søgan á hvørjum ári. Eftir okkara tykki alt ov fáir tímar í mun til tað, sum vit halda vera neyðugt at nýta til tað, sum kemur afturat van­ lig­ari floksundirvísing, sigur Durita P.

Joensen, og leggur afturat, at í fleiri ár hava tey sent skriv aftur til Ser­nám, har tey gera vart við sína mis­nøgd. Sum dømi um skerjingar nevnir Durita, at fyri nøkrum árum síð­ani vóru fleiri læraratímar og náms­frøði­ lig­ir stuðulstímar játtaðir, og tað var


SERØKIÐ INNAN FÓLKASKÚLAN

væl betur møguleiki fyri at skipa ein til eina undirvísing. Eisini hava tey áður havt bæði sjúkrarøktarfrøðing og ergo­terapeut í starvi innan serøkið, men tá tær fóru í annað starv, var ikki møguligt at seta fólk við somu út­búgving aftur. Á Skúlanum við Løkin gera tey alt fyri at liva upp til hugtakið hin inklud­ er­andi fólkaskúlin, men tað eru altíð nakrir næmingar, sum skúlin ikki sær seg føran fyri at røkka við vanligari floks­u nd­irvísing, og tí hava tey skipað serstovur. Eitt sindur ymiskt hev­ur verið, hvussu nógvir næmingar hava havt serligar avbjóðingar og tí tørv á ser­undirvísing, eins og tað er ym­iskt, hvussu mikið hvørjum næm­ ingi tørvar av serundirvísing. Næm­ ing­ar við ser­ligum avbjóðingum eru eisini knýtt­ir at sínum vanliga flokki, men tað eru nakrir, sum fáa sína undir­vísing í serstovu meira enn aðrir.

Fáa mest møguligt burturúr

Durita Joensen ásannar, at tímatalið til serliga undirvísing ger ikki alt. Tað ræður sjálvandi um at fáa sum mest burturúr, og tí arbeiða tey eisini tvørt­ ur um flokkar og hava skipað ser­stov­ ur, har nakrir næmingar kunnu und­ ir­vísast samstundis og ikki sum fyri árum síðani, at hvør næmingur hevur sín lærara ella námsfrøðiliga stuðul meira ella minni burturav. – Einki er at ivast í, at vit hava brúk fyri fleiri lærarakreftum, men við tí er ikki sagt, at vit ikki hava sera stórt gagn av øllum okkara starvsfólkum, tað veri seg námsfrøðingum og stuðl­ um. Vit mugu tó ásanna, at tað er lær­ arin, sum hevur ábyrgdina av und­ ir­vísingini, og sum hevur ávísar ser­ ligar førleikar í so máta fram um onkr­ an annan.

Ov stirvin skipan

Skúlastjórin við Løkin sigur, at tey, sum manna førleikastovuna, um­framt lær­araútbúgving hava ískoytis­út­­ búgv­ing innan ávís øki, og tað kem­ ur eisini sera væl við. Til før­leika­­ stov­una eru knýttir serlærarar, lesi­ veg­leiðarar, orðblindalærarar og fólk sum hava ábyrgdina av AKT – atferð, kontakt og trivnaður og SSP – skúli, sosialu myndugleikar og politi. Á serstovunum eru starvs­ fólk­ini lærarar, námsfrøðingar og námsfrøðiligir stuðlar. Hesi fólk hava virkað í drúgva tíð á økinum, verið á ymiskum skeiðum og hava tí drúgvar royndir og góðar førleikar. – Hóast vit fáa góða ráðgeving frá Sernámi er altíð ynskiligt, at vit hava so væl útbúgvin starvsfólk sum á nakran hátt gjørligt, og at hesi altíð fáa møguleika til at førleikamenna seg, men útboðið av skeiðum sum NÁM bjóðar innan serøkið er rættiliga avmarkað. Hinvegin eru eisini onnur, sum bjóða fram ymisk skeið, men tá tosa vit eisini um rættiliga nógvar pengar, sum ikki altíð eru líka lættir at fáa hendur á, sigur skúlastjórin, sum hevur tosað bæði við Mentamálaráðið og kommununa um at fáa pening til endamálið. Í hvørjum einstøkum føri má skrivlig umsókn sendast Menta­ málaráðnum ella kanska Sernámi ella kommununi um at fíggja skeiðsluttøku fyri starvsfólkini. So er at bíða eftir svari, og viðhvørt verður umsóknin gingin á møti, aðrar tíðir ikki. Hetta er ein alt ov stirvin skipan, og tí halda tey seg viðhvørt frá at søkja.

Kommunalt samstarv

Á Skúlanum við Løkin eru næmingar úr 4. flokki eins og framhaldsdeild, sum er hin einasta í kommununi. Her koma eisini nakrir næmingar, sum hava serligan tørv, frá øðrum skúl­

um í oynni. Hetta er í teimum førum, at foreldur hava ynskt teirra barn í eina størri skúlaeind enn hana í heim­ bygd­ini. Durita P. Joensen sigur, at tað kann altíð kjakast um hvussu lítil ella stór ein skúlaeind eigur at vera, og heldur, at skúlaeindin í Runavík er so mikið stór, at hon kann veita eina góða tænastu, eisini til næmingar við serligum avbjóðingum. Tað heldur teim­um kortini ikki aftur at samstarva um kommunumark, tí í Tofta Skúla er ein lærari, sum eisini er útbúgvin cand.pæd.pæd.psyk., í starvi. Hesin lær­arin hevur frá Mentamálaráðnum fingið játtaðar nakrar tímar um vikuna at virka sum partur av Førleikastovuni í Runavíkar kommunuskúla sum náms­frøðiligur- og sálarfrøðiligur ráð­gevi. Ein skipan, ið tey í Runavík eru sera glað fyri. Skal skúlastjórin við Løkin taka sam­anum tey ynski, sum kunnu gera umstøðurnar enn betri, so eru tey: Fleiri tímar til serliga undirvísing, smidligari skipan í sambandi við før­ leika­menning og eitt sindur meira av húsarúmd, tí skipanin við næmingum við serligum avbjóðingum og ser­ stov­um krevur meira pláss enn til van­liga floksundirvísing. Samstarv er lyklaorðið – Eg haldi, at okkara samfelag her við Skálafjørðin er eitt rættiliga rúm­ sátt samfelag, her pláss skal vera fyri øllum. Vit gera tað vit kunnu fyri at hava ein fólkaskúla fyri øll, og tí eri eg sera fegin um tað avbera góða sam­starv við hava millum skúla, starvs­felagar, næmingar, foreldur og kommunu. Samstarv er lyklaorðið, so­leiðis at eisini teir næmingar, sum hava serligan tørv eru ein natúrligur part­ur av fólkaskúlanum, sigur Durita P. Joensen.

MBF

|

11


SERØKIÐ INNAN FÓLKASKÚLAN

John Henrik Holm, skúlastjóri:

Orð og mynd: Tórfinn Smith

Vit eiga at leggja størri dent á serøkið

– Ert tú frá 1. flokki eitt sindur aftanfyri hinar næmingarnar, dragnar tú frá fyri hvørt ár, og tí ræður um frá fyrsta degi at nýta munandi størri orku til veiku næmingarnar, heldur skúlastjórin í Vági, sum fegnast um, at suðringar hava fingið góðar umstøður at skipa eitt sertilboð í Suðuroynni.

12

| MBF

– Tað er ein sannroynd, at vit eins og aðrir skúlar, hava næmingar, sum vanliga floksundirvísingin ikki megnar at geva nøktandi undirvísing og menn­ing. Vit høvdu ikki nøktandi tilboð til teirra her suðuri, og tí var neyð­ugt hjá nøkrum av okkara børn­ um at flyta av oynni, í nøkrum førum er øll familjan flutt. Hetta var alt annað enn nøktandi, og tí var ein av fyrstu tankunum hjá mær at søkja Sernám um at seta á stovn eitt sertilboð. Eitt


SERØKIÐ INNAN FÓLKASKÚLAN

sertilboð, sum kundi nøkta tørvin hjá okkara næmingum, sum hava ser­ lig­ar avbjóðingar, sigur John Henrik Holm, sum fegnast um ta vælvild, um­sóknin fekk. Hetta sertilboð, sum er ein ser­ støðug eind, har Sølvi Andreasen er toymisleiðari, heldur til í Vági og á Tvøroyri. Sertilboðið hevur fingið sera góðar umstøður at virka undir, sigur skúlastjórin, hóast serøkið sum so, eftir hansara tykki, er niðurlagað. – Fyri okkara viðkomandi kunnu vit ikki klaga, tí vit hava fingið sera góða hjálp frá Sernámi og Menta­mála­ ráðnum. Í dag er soleiðis ikki neyðugt long­ur hjá hesum næmingum at fara av oynni at fáa nøktandi skúlagongd,og kanska var tað júst hetta, sum okk­ ara myndugleikar hava hugsað um, og tað eru vit teimum sera takksom fyri, sigur John Henrik.

Øðrvísi tímatalva

Næmingarnir í serflokkinum hava eina øðrvísa tímatalvu enn teir í van­ ligu flokkunum. Hendan dagin vit vitj­aðu á skúlanum, høvdu teir verið og tikið upp epli, dagin eftir fóru teir saman við læraranum at fletta seyð og síðani at matgera,- kókaðu epli og lambs­kjøt.

Førleikamenning

Skúlastjórin í Vági leggur stóran dent á, at starvsfólkini fáa góðar møgu­ leik­ar at førleikamenna seg. Ikki tí, skúlin er sera væl fyri í so máta við eitt nú tveimum serlærarum, orð­ blindalærara, roknivegleiðara, lesi­ veg­leiðara og skúlavegleiðara. Skúl­arnar í oynni samstarva eisini í ávísum førum, soleiðis at vit „lána” førleikar okkara millum á skúlunum. Hetta riggar sera væl. Men uttan mun til, hvussu væl lær­ ararnir eru fyri, er ynskið frá skúla­ leiðsl­uni í Vágs Skúla, at allir lærarar skúlans fáa tillutaðar 40 tímar um

árið til eitthvørt viðkomandi skeið. Hetta svarar til, at teir eru á skeið eina viku um árið, og hesum tilboði taka lærararnir sera væl ímóti, sigur skúlastjórin. Skúlastjórin sigur, at Vágs Skúli ann­ars fær tillutað tímar til næmingar, sum tørva nakað av stuðli t.d. næm­ ing­ar sum eru orðblindir og lesi­veik­ ir, sum dagliga eru í vanligu flokk­un­ um. Hesir koma fyri ein part á ser­ stovu, har teir fáa stuðul eftir tørvi. Fyri at fáa sum mest møguligt burt­ ur­úr, bólkar Vágs Skúli, har tað ber til næmingarnar, heldur enn at ein einstakur lærari er um hvønn næm­ ingin. Ásannandi at ikki allir næmingar, sum hava tað trupult í skúlanum hava tørv á ser­undirvísing, hevur Vágs Skúli søkt um eina verkætlan, sum skúlin kall­ar Nám R (har R stend­­ur fyri Rúmd). Verkætlanin er hugsað sum ein møguleiki at skapa ein øðrvísi skúladag til teir næm­­ ingar, sum ikki føla seg væl í dag­ ligu skúlagongdini, antin fakliga ella kenslu­liga – tað er ofta trupult at røkka hesum næmingum sum heild. Ætl­an­in við Nám R er at skapa rúmd í skúlanum, so karmarnir eru sum best bæði til teir veiku og teir sterku næm­ ing­arnar. Hesari verkætlan vænta tey sær nógv av í Vágs Skúla.

Fleiri tímar til serøkið

John Henrik Holm eftirlýsir ein nýggj­an og øðrvísi hugburð mót­ veg­is serøkinum. Saman við øðr­ um skúlastjórum og umboðum frá Mentamálaráðnum var hann her­ fyri á eini ráðstevnu í Finlandi, sum mangan verður hugt eftir í skúla­ høpi.Á ráðstevnuni var eisini tosað um serøkið innan fólkaskúlan. Í Fin­ landi verður dúgliga granskað innan skúlaverkið, og eisini, hvussu serøkið best kann handfarast. Í tjakinum har kom millum annað fram, at granskarar vóru av teirri fatan, at munandi meira

av tíð skal brúkast á serøkinum frá fyrsta degi barnið kemur í skúla. Ser­ liga áhugavert heldur John Henrik vera, at granskarar mæltu til at taka tím­ar frá vanligu undirvísingini, og lata fleiri tímar til serøkið. Her skal sigast til sammetingar, at finskir 1. flokks skúlanæmingar hava sjey tímar um vikuna í finskum. Før­ oysk­ir 1. flokks skúlanæmingar hava 11 tímar í føroyskum. Nú granska finn­ar í møguleikanum at minka tíma­ talið í teimum ymisku flokkunum og held­ur lata fleiri tímar til at hjálpa teim­um yngstu næmingunum, sum hava serligan tørv. – Eg skal ikki taka dagar ímillum, hvat best er at gera, men sannlíkt er, at ert tú við skúlabyrjan eitt sindur aftanfyri hinar næmingarnar, og hetta ikki verður „fangað”, so er vandi fyri, at munurin bara økist fyri hvørt ár, sum gongur. Um tað verður gongdin gjøgn­um øll skúlaárini, er ikki torført at hugsa sær, at er ein næmingur í 9. flokki á 6. flokstøði, so hevur hann tað ikki gott í skúlanum og hevur ilt við at fóta sær, sigur John Henrik.

Meira varug við trupulleikar

Tað tykist sum talið á næmingum við serligum avbjóðingum økist alsamt, men torført er at geva eitt fullfíggjað boð um, hví so er. Tað heldur skúlastjórin í Vági seg heldur ikki kunna, men hann held­ ur eina orsøk vera, at vit í dag ger­ ast skjótari varug við, um okkurt er áfatt, og vit eru skjótari at geva eina diagnosu, soleiðis at børn skjótari kunnu fáa hjálp. Hetta er galdandi bæði innan skúlans gátt, í heiminum og samskiftinum millum heim og skúla. John Henrik sigur, at foreldur halda seg í dag ikki aftur við at boða skúlanum frá, um tey halda, at barn teirra hevur tørv á hjálp av einum hvørjum slagi, og tað, heldur hann, er sera positivt.

MBF

|

13


MBF 35 ÁR

MBF 35 ÁR OG BÓKAÚTGÁVA

Myndir: Bárður Lydersen og Finnur Justinussen

Í ár eru liðin 35 ár síðani MBF, Meg­in­felag teirra, ið bera brek í Føroyum, varð sett á stovn. Í tí sam­ bandi varð skipað fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum við heitinum „Lívið hevur litir” fríggjadagin 20. mai. Skráin var fjølbroytt, har fyrr­ver­ andi formenn fingu orðið, og har Ása Olsen, aðalskrivari, tók fram hædd­ar­ punktini av tí, ið er hent síðan 2011. Við yvirskriftini „Lívið hevur litir” hugleiddi Tóra við Keldu um, hvussu samansetta, litríka lívið - við ym­isk­um løtum - er við til at skapa lívs­mynd okkara. Eisini søgdu Suni úr Hørg, Kristianna Sjóvará og Bárður Pers­ son frá løtum í gerandisdegi teirra. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í

14

| MBF

menta­málum, og Eyðgunn Samuel­ sen, landsstýriskvinna í almanna­mál­ um, settu í stuttum orð á, hvørja ætlan tær hava fyri brekøkið komandi árini. Katrin Dagbjartsdóttir peikaði und­ ir heitinum „Avbjóðingar og møgu­ leik­ar fyri tey, ið bera brek” á ymiskt, sum rørir seg á brekøkinum – eisini hvussu vit vanliga orða okkum. Dagurin endaði við spennandi bóka­framløguni „LUKKA”, sum er nýggj, ókeypis bók um rættindi teirra, ið bera brek. Bókin er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag. Bókin er úrslit av samstarvi millum Edward Fuglø, listamann, Jastrid Gullaksen, Grafia, Ásu Olsen, aðalskrivara, og Tóru við Keldu, forkvinnu í MBF.

Tónleikinum stóð M. C. Restorff fyri, og í steðginum varð ábit. Úti í forhøllini høvdu limafeløgini í MBF kunnandi tilfar, sum eisini legði upp til prát og viðkomandi ráð­gev­ ing. Eisini var høvi ókeypis at ogna sær vøkru plakatina, sum Heidi Andrea­sen gjørdi til ráðstevnuna. Samanumtikið ein góður og gev­ andi dagur, eisini í og við at nógv fólk høvdu valt at fagna MBF á 35 ára degnum við at vera við til ráð­ stevn­una. Tí hava vit í blaðnum hesa ferð valt at taka nakað av tí, sum kom fram á 35 ára degnum við – bæði við mynd­um og orðum.


MBF

|

15


MBF 35 ÁR Ása Olsen, aðalskrivari:

Hæddarpunktini innan brekøkið seinastu 5 árini

Myndir: Bárður Lydersen

Árið 2012 byrjaði við einari set­an­ ar­tilgongd, har MBF skuldi hava nýggjan dagligan leiðara, hetta tí at Anna Suffía, ið hevði verið í starvinum umleið 10 ár, fór frá vegna aldur. Mitt í setanartilgongdini andaðist Leila Solmunde, ið hevði verið for­ kvinna í MBF síðan 2004, og varð várið 2012 merkt av hesum. Set­an­ ar­­t­ilgongdin helt tó fram, og varð Ása Olsen sett í starv sum nýggjur dagligur leiðari at byrja 1. august 2012. Á aðalfundi í mai 2012, varð Carita Bjørklund vald til nýggja forkvinnu í MBF. Orsakað av, at MBF nú bæði hevði nýggja forkvinnu og nýggjan dag­lig­ an leiðara, varð beinanvegin farið und­ir at gera missión og visjón fyri MBF. Nógv lógaruppskot koma til hoyr­ ingar, og settu vit okkum fyri, at hoyr­ ings­svar skal gerast til øll uppskot, ið koma til MBF. Fyrsta stóra uppgávan eg fekk, varð at standa fyri at gera eina skugga­ frágreiðing til ST. Hetta var ein sera

16

| MBF

spennandi uppgáva, og var størsta avbjóðingin, at vit fingu so lítið pláss til okkara part, at vit máttu avmarka okkum til tey mest bráð­neyðugu økini, ið vóru uppi í tíð­ini tá. Tað er ikki altíð negativt at fáa lítið pláss, men heldur ger hetta uppgávuna meiri spennandi, tí neyðugt er at avmarka, raðfesta og at vera ítøkiligur. Arbeiðið við skuggafrágreiðingini bar við sær, at frágreiðingin skuldi leggjast fram fyri ST-nevndina í Geneve, og ikki kann sigast annað enn, at tað var ein stór løta, tann 15. apríl 2014, at fáa møguleikan at halda røðu og leggja frágreiðingina fram fyri ST-nevndina. Í mai 2014 fekk MBF aftur nýggja forkvinnu, Tóru við Keldu, og fall tað henni í lut í september 2014 at halda røðu fyri ST-nevndini.

Hví gera skuggafrágreiðing og hevur hetta havt nakra ávirkan?

Ikki kann sigast annað enn, at ein stór hugburðsbroyting er hend innan

bæði politiska myndugleikan og em­bætisfólk. Longu á vári 2014 løgdu Sirið Sten­ berg og Bjørt Samuelsen uppskot fyri tingið, ið bygdi beinleiðis á skugga­ frá­greiðingina. Hetta gjørdi, at STsátt­málin og skuggafrágreiðingin fingu góða umrøðu í tinginum. Í oktober 2014 komu niðurstøðurnar úr ST, og ikki kann sigast annað enn, at øll hava tikið skuggafrágreiðingina og niðurstøðurnar, ið komu úr ST, sum aftursvar uppá atfinningarnar í frá­greiðingini í álvara. Frá at gera lógarsmíð, ið ikki er brot á ST- sáttmálan, til at nú hevur lóg­ar­deildin á Løgmansskrivstovuni skipað fyri skeið fyri starvsfólk í mið­ fyri­sitingin um, hvussu tey skulu smíða lógir í tráð við ST- sáttmálan, kann ikki sigast annað enn, at hetta er eitt stórt framstig.

Ítøkilig viðurskiftir, ið eru hend hesa tíðina kunnu nevnast: •

Fylgjarakortið, ið varð sett í gildi í Føroyum í desember 2014.


MBF 35 ÁR

• •

• •

Hetta gevur fólkum, -ið hava tørv á fylgjara, møguleika at fáa fylgj­aran við uttan kostnað. Nú gjalda tey bert sín ferðaseðil ella at­gongumerki. Hendan skipanin við fylgjarakorti umfatar øll økir í landinum, tó manglar Atantic Air­ways og biografarnir at koma við í skipanina Parkeringskort, ið kunnu nýtast bæði í Føroyum og uttanlands, og sum verða gjørd í ES-sniði. Hesi eru komin í staðin fyri gomlu av­lamisskeltini Lyfta, so at fólk, ið sita í koyristóli kunnu sleppa úr og í flogførini, uttan at blíva borin Flokkur innan serliga skipað miðnám byrjaði á Kambsdali í august 2015, og í summar eru flokkar byrjaðir á Glasir í Havn og ein flokkur á Tekniska skúla í Klaksvík Asbergerflokkurin í Hoydølum tekur næmingar inn annaðhvørt ár Rásin, ið er skúlatilboð til ung, ið bera brek. Í 2015 varð ein lóg­ arbroyting gjørd ið sigur, at hvørt skúlaskeið er í mesta lagi 2 ár, og at upptøka til skúlan fer fram á hvørjum ári. Spennandi verð­ ur at vita, um ein nýggjur flokkur verður tikin upp á Rásini kom­ andi skúlaár Í vetur eru nakrar sendingar í KVF tekstaðar, men enn er langt á mál á hesum økinum. Tó er tað áhugavert, at av teimum send­ingum, ið vóru tekstaðar, er Spískamarið ein, og er tað ein privatmaður, ið framleiðir send­ ing­ina Sendingar, ið vóru tekn­máls­tulk­ aðar dagin eftir tær vóru send­ar í KVF, verða nú stroym­að­ar bein­ leið­is á netinum, so nú síggja fólk, ið hava tørv á teknmálstulki Dag og viku samstundis sum vit onnur Ein skrivitulkur er settur í starv á Teknmálstulkatænastuni, og

tað fegnast vit um. Okkara vón er, at tað kemur at henda nakað ítøkiligt viðvíkjandi at teksta send­ingar í KVF. Hetta vil hjálpa øll­um, ið hava niðursetta hoyrn, og er her talan um bæði ung og eldri fólk, ið fáa stóra gleði og gagn av hesum Sjálvstøðuga umboðan í „ Rådet for nordisk samarbejde”, í 2013, og varð Carita Bjørklund, ið tá var for­kvinna vald sum umboð fyri MBF í ráðnum, nú røkir Tóra við Keldu, forkvinna hesa um­boð­an Umboð fyri MBF og Visit Tórshavn eru í einum vestnorðurlendskum arbeiðs­bólki, ið skal gera eina hondbók um atkomu í ferða­vinn­ uni. Her er talan um atkomu um alt landið

Haldi at tað er hent so nógv innan økið, at tað ber ikki til at nevna alt. Tó er tað ein sannroynd, at nógv er enn, ið ikki er komið á mál. Tó er tað onki at ivast í, at gjøgnum arbeiðið við skuggafrágreiðingini er nýtt lív komið í aftur virðingina og kjakið viðvíkjandi ST- sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Í framløguni ið vit løgdu fyri STnevndina í Geneve, høvdu vit ein topp trý raðfestingarlista, har tey mest átrokandi økini vóru á, og vóru tey: • 1. Grein 33. í sáttmálanum, og er tað gleðiliga hent, at AMR hevur fingið samskipandi partin, meðan UVR, hevur sett ein arbeiðsbólk, ið skal gera uppskot um, hvussu ein mannarættindastovnur kann skipast í Føroyum. • 2. Samstarv millum geirarnar. • Har er tann góða tilgongdin ein byrjan uppá, at fáa samstarv millum ráðini, men enn er langt á mál. Vit eru samd um, at geiraábyrgd er góð, men tað er líka umráðandi, at geirarnir duga ella megna at fáa eitt gott samstarv sínámillum.

3. Grein 24, við serligum denti á undirvísingina í fólkaskúlanum, ið er grundarlagið undir øllum møguleikum fyri at koma víðari í lívinum. Tað er gott at tilboð eru komin á miðnám, men er fólkaskúlin ein fyritreyt fyri, at næmingar klára seg á miðnám.

Niðurstøðurnar frá ST nevndini eru greiðar, og tí er neyðugt, at øll taka saman hendur og arbeiða fyri, at Føroyar skal vera eitt gott land at búgva í hjá øllum. Samgongan eigur at gera eina brek­politiska ætlan soleiðis, at tað verður sett út í kortið hvat ein ætlar at gera, nær og hvussu ( Eina virkis­ ætlan). Vit kunnu hóskandi seta spurn­ing­ in: Hvørja ávirkan hevur ein sáttmáli, ið er samtyktur í ST í New York á um­støðurnar hjá einum barni, ið býr í einari bygd í Føroyum? Hetta er so einkult og greitt, tí sátt­ málin skal geva øllum sama møgu­ leika sum onnur, ella javnrætt. Øll framgongd er góð, og er onki at ivast í, at har ið viljin er til stað­ ar, er tað bert hugflogið ið setir av­markingar. Tí síggi eg fram til, at vit fáa eitt samfelag, har tað ikki er brekið, ið vit leggja dent á, men umstøður og tað, ið skal gera dag­lig­ dag­in hjá tí einstaka so góðan sum gjør­ligt, ið hevur størsta týdning. Fólk, ið bera brek eru ikki av­bjóðingin í einum samfelag, nei tað er alt, ið er rundanum, ið er ein av­bjóðing, og tí er tað mín vón, at tað eru umstøðurnar, ið vit koma at leggja dent á, soleiðis, at øll fáa somu møguleikar at búleikast í hes­ um landi, so vit av sonnum kunnu siga, at Føroyar er eitt gott land at búgva í hjá øllum. Einsamøll kunnu vit onki gera, men í felag megna vit alt. Ása Olsen, aðalskrivari

MBF

|

17


MBF 35 ÁR

Katrin Dagbjartsdóttir, lærari:

Ert tú brekað? Brekaða – nekari – brekaða – nekari!

Mynd: Tóra við Keldu

Fyrr nýttu vit orð, sum vit ikki nýta longur. Ein sangur, sum vit við størstu sjálvfylgju sungu í 80’unum ljóðaði soleiðis: „Ein gamal nekari, sum Jósup rópt­ur var, hann undir síni svørtu húð – eitt snjó­hvítt hjarta barn" Hesin sangur var púra legalur fyrst í 80’unum – og hvat liggur í av øðrum fordómum kundi eg tosað leingi um men nú sigur man ikki nekari longur. Happar man ein orsakað av øðrvísi húðarliti, kann man revsast av 266b! Tað er tó púra legalt at brúka orðið „brekaða" um fólk í dag. Skuldi eg havt hug til at melda onkran fyri at nýta orðið móti mær, so kann eg ikki tað. Orðið livir í „bedste velgående" og verður beinleiðis nýtt í fjølmiðlunum - eisini um elituítróttarfólk! Eg eri ein av teimum, sum hetta

18

| MBF

heitið hevur verið sett á. Mær hevur ong­antíð dámt tað – heldur ikki í 1985.

Ítróttur fyri brekað – ella bara ítróttur?

Tá ið eg varð fødd - 9 vikur ov tíðliga - lá eg og stríddist í 4 dagar - fólk í hópatali bóðu fyri mær - og fingu bøn­arsvar! Allarhelst hevur harða byrjanin lært meg at stríðast og at arbeiða hart fyri tí, sum eg vil. Eisini havi eg havt ung foreldur, ið ikki gjørdu nakað hóva­sták burturúr, at mítt gongu­lag var ótraditionelt - at eg var rørslutarnað. Um eg sigi, at eg ong­antíð sum barn hugsaði um, at eg var eitt sindur øðrvísi, lúgvi eg. Men fokus var ikki á tí, sum eg ikki dugdi. Eg varð ikki happað sum barn,

men hatta orðið, „brekaða" – tað sveið. Í 1981 fór eg at svimja við ÍSB – og tá fylgdi orðið við, tí tað, sum eg fekst við, var „svimjing fyri brekað". Enn í dag fylgir orðið við teimum rørslu- og menningartarnaðu, sum íðka ítrótt á høgum stigi. Fólk venja 9 ferðir um vikuna, men tað verður ikki viðurkent, sum annar elituítróttur, tí tað er „bara” svimjing ella ítróttur fyri brekað. Tá eg sum fyrsti føroyingur vann gullheiðursmerki í millum­landa­kapp­ ing fyri 31 árum síðani, var tað ein fantast­isk uppliving. Fólk um alt landið gledd­ust og frøddust um hetta úrslit. Ein kensla av felagsskapi og sam­anhaldi frá Føroya fólki merkti okk­um svimjarar, tá ið vit komu heim við gulli, silvuri og bronsu. Eg var heimsmeistari! Eg kapp­


MBF 35 ÁR

að­ist millum tey, sum høvdu somu krops­ligu avbjóðingar, sum eg. Eg kapp­aðist á jøvnum føti við onnur úr øllum heiminum – og eg vann. Men um eg nú sigi, at eg var ein brekaður heimsmeistari – so fer glansurin líka­ sum av heitinum. Hvussu er nú? Illa nokk hoyrist eitt orð um, at Krista Mørkøre skal um­boða Føroyar á Paralympisku leik­ un­um í Rio í summar. Ein kapping, sum liggur parallelt við Olympisku leik­irnar! Tað eru heimsins bestu svimjarar! Kann nevna, at bestu svimjararnir har svimja líka skjótt og í summum førum skjót­ari enn Føroya fremstu svimjarar - hóast hesi hava rørslutarn! Og vit hava ein føroying, sum luttekur á jøvn­um føti við hini. Tilsamans 10 føroyingar hava um­boðað Føroyar til Paralympisku Leik­irnar síðani 1988. 4 svimjarar hava vunnið heiðursmerki: Christina Næss Johannessen, Tóra við Keldu, Katrin Johansen og Heidi Andreasen – tilsamans 1 gull, 8 silvur og 5 bronsumerki. Krista Mørkøre er tann 11. í røðini av ítróttafólkum, ið hava kvalifiserað seg. HVÍ hoyra vit so lítið um hetta í tí almenna rúminum? Er tað motiverandi fyri eitt elituítróttafólk at venja sum eitt ørt og so ikki at verða nevnd? Hongur tað saman við, at ÍSB er eitt sersamband fyri seg? Átti tað at verið skipað øðrvísi? Eg veit bara, at okkurt má broytast á hesum økinum. Allarhelst kann ymiskt gerast og eig­ ur at verða gjørt skjótt. Tí taparin er ítróttafólkið. Annars vil eg nýta høvi til at ynskja Kristu Mørkøre og Páli Joensen allar­ bestu eydnu í Rio. Og so vil eg ynskja Óla Mortensen, Magnusi Jákupsson og allarhelst øðrum allarbestu ynskir um at náa sínum málum og at koma til OL í 2020. Veit ikki um nakran enn, sum venur fram móti Paralympisku leik­unum í 2020. Men feløgini kring landið eiga at taka móti fólki við onkrum tarni

á jøvn­um føti við øll onnur – um tey rinda sítt limagjald. Tað er ikki altíð ein sjálvfylgja her á landi. Men fræls­ítróttafelagið Hvirlan skal eiga stórt rós fyri sín fevnandi hugburð. Tað er mín vón, at jaligi hugburður teirra vinnur fram í tí framkomna sam­ felagn­um, sum vit fegin vilja kalla okk­um. Tí vit ynskja ikki serligar sømdir – bara somu sømdir.

Eingin er øðrvísi – øll eru ymisk

Mentamálaráðið hevur gjørt eina kann­ing undir heitinum: „Eg vil eisini hoyra til". Serliga beit eg merki í ein setn­ing: Øll menniskju hava eina felags grundtráan í lívinum. AT HOYRA TIL. Men sum lærari dugi eg at síggja, at rákið gongur hinvegin: At vit sum samfelag diagnostisera og eyð­ merkja. Er tað at stimbra undir kensl­ una av at hoyra til? Kundu vit ikki held­ur sett pening av til stuðulstímar inn í flokkar, har vit vita, at tørvur er á tí og soleiðis skapa karmar úti í fólka­ skúlanum Skulu vit heingja spjøldur um hálsin á fleiri og fleiri børnum, sum frammanundan hava so nógv at stríðast við? Sjálvandi eru diagnosur viðhvørt neyðugar og ein lætti fyri foreldur, men eg haldi, at vit skulu vera varin. Tí við eyðmerkingini verða summi gjørd øðrvísi – og skumpað úr „vit" yvir í „tey". Og vit gera júst tað sama við at nýta orðið „brekað" um ein part av føroyingum. Sprotin hevur tveir týdningar av orðinum. Í fyrsta týdningi verður víst til Ítrótt fyri brekað. Sum um at tað er nakað annað enn ítróttur?!? Annar týdningur er niðrandi: skemd­ar­orð millum børn og ung (OG vaksin!) um eitthvørt teimum ikki dámar t.d. brekaður tónleikur. So mín áheitan er greið: Strikið orðið brek og at vera brekaður um fólk. Eingin vil kennast við hatta spjaldrið.

Fólk, sum tosa ímóti at broyta orðið siga seg at hava brek, um tey brúka brillur, hava ringa mjødn o.s.fr. Men tey verða ikki umtalað sum brekað! Eg loyvi mær at siterað Káru Løkin, ið sigur at tey, sum halda, at vit eiga at varðveita orðið brekaður, kunnu sjálvi „pynta" seg við tí heitinum í eina viku. So fáa vit at síggja. Sigrun Wardum í Javna hevur víst á, at eisini fólk við menningartarni mótmæla hesum negativt ladaða orðinum. Harumframt havi eg latið mær fortalt, at fólk við sálarsjúkum heldur ikki vilja nevnast soleiðis! Sjálv hevði eg ongantíð havt „pyntað" meg við hesum orðinum, var tað ikki fyri svimjingina. So hevði eg bara verið ein vanlig kona, sum haltaði eitt sindur. (ikki tí – eg eri ómetaliga glað fyri, at eg fór at svimja) Men vit kunnu saktans nýta onnur orð í staðin, til dømis: • Rørslutarnað fyri tey, sum eru kropsliga skerd • Menningartarnað fyri tey, sum eru andliga skerd • V i r k i s t a r n a ð , s u m k a n n koma fyri danska orðið „funktionsnedsætning" – og sum eisini kann fevna um tey, sum dragast við sálarligar avbjóðingar Tað er ein uppgáva hjá okkum at broyta viðkvom orð eftirhondini, sum tey broyta meining. Latið okkum standa saman aftur. Gleðast um ymiskleikan. Seta fokus á, hvat vit duga, heldur enn hvat vit ikki duga. Og mest av øllum: Lat okkum minnast til, at eingin er øðrvísi – øll eru ymisk. Fari at ynskja MBF hjartaliga til lukku við 35 ára degnum - og so er mín vón, at tá ið vit um 5 ár hátíðarhalda 40 ára dagin, hevur MBF broytt navn.

MBF

|

19


MBF 35 ÁR

Suni úr Hørg, timburmaður:

At spæla fótbólt og koyra bil eru ting eg sakni

Myndir: Bárður Lydersen

Til 35 ára dagin hjá MBF, sum varð kallaður „Lívið hevur litir”, høvdu vit gleðina av at hoyra Suna úr Hørg greiða frá sínum gerandisdegi sum blindur. Suni gjørdist næstan heilt blindur eftir eina arbeiðsvanlukku fyri tveimum árum síðani, og hevur vanlukkan broytt lívið hjá honum 180 stig.

Vanur við at spæla fótbólt og at koyra bil, og nú at eiga bil standandi í túninum, uttan at kunna nýta hann, er ikki lætt. Í dag eru viðurskiftir, sum tað at fara at keypa inn, nakað, ið hann má planleggja neyvt. At fara í boksina eftir mati er trupult orsakað av, at hann hevur so nógv titanum i ørmunum, at hetta gevur nógva pínu ta løtuna, hann leitar eftir tí, hann skal taka úr frystiboksini. Tað at renna, ber ikki serliga væl til, og at koyra bil ber heldur ikki til, men Suni hevur eitt lætt sinni og eina vón um, at hetta møguliga kemur at laga seg soleiðis, at hann einaferð kemur at koyra bil aftur. At spæla fótbólt, og kenna tað frælsi hetta gevur, er nakað hann saknar ómetaliga nógv. Í dag er hann

bundin av at nýta blindastavin, tá hann skal ganga. Suni hevur fingið fast starv sum timburmaður hjá Búsetur, og er hann ómetaliga glaður fyri hetta arbeiðið. Hann roknar ikki við, at nógvir arbeiðsgevarar høvdu givið honum fast starv við so lítlari sjón. Suni hevur altíð havt eitt lætt sinni, og dugir hann sera væl at nýta síni góðu skemtingarevni eisini í løtum sum hesari, har hann skuldi greiða frá, hvussu hansara lív er í dag. Hansara framløga var merkt av, at hann saman við tí dapra eisini megnaði at skemta og fáa fólk at flenna. Ein sera grípandi og góð løta, at síggja og hoyra hendan unga mannin.

Kristianna Sjóvará, fulltrúi:

Eg eri framvegis sami persónur, sum áðrenn sjúkuna Fyrst fari eg at ynskja MBF hjarta­liga tillukku vid 35 ára føð­ing­ar­degn­um. Takk fyri tykkara arbeiði at varpa ljós á og betra um umstøðurnar á brek­økinum. Nervalagssjúkan sclerosa er ein av mongu litunum á ráðstevnuni „Lívið hevur litir", og eg havi fingið tann heiður at greiða frá míni søgu.

20

| MBF

Tað er tó rættuliga fremmant hjá mær at tosa um meg sjálva og mína sjúku­søgu. Til fyri stuttum havi eg ikki kennt meg sjúka, so tá var onki serligt at tosa um. Men nú síðstu tíð­ ina er støðan tíverri broytt. Eitt nú er gongulagið blivið so mikið vánaligt, at fólk eru farin at undrast og spyrja. Tað, at eg havi fingið sclerosu,

hevur í stóran mun skert og broytt mínar møguleikar at liva tað lív, sum eg hevði og dámdi. Men tíbetur ber tað allíkavæl væl til framhaldandi at hava eitt gott og aktivt lív. Eg skal nú stutt greiða frá, hvør eg eri, nær eg bleiv sjúk, og hvussu hetta ávirkar lívið og gerandisdagin.


MBF 35 ÁR Bakgrund

Eg eiti Kristianna Sjóvará, eri 46 ár og fødd og uppvaksin her í Tórshavn. Eg tók studentsútbúgving her­ heima, men var eisini eitt ár í High School í USA. Síðani las eg cand.phil. og cand. mag. á Aalborg universiteti í ensk­ um og altjóða og evropiskum viður­ skift­um og við sálarfrøði sum síðufak. Av 6 ára lesnaðinum var eitt hálvár lisið á universitetinum í West Virginia í USA, og eitt hálvár var starvslæra á Fiskasøluni. Og eg havi havt góð og spenn­ andi størv. Fyrst sum lærari á Stud­ entaskúlanum í Hoydølum og á Handilsskúlanum á Kambs­dali. Síð­ ani sum fulltrúi í Menta­mála­ráðn­um og sum deildarstjóri á Løg­mans­skriv­ stov­uni í Tinganesi. Tey síðstu árini havi eg aftur verið í Mentamálaráðnum, har eg m.a. havi havt ábyrgd av ES granskingarøkinum og Norðurlendskum netverkum innan útbúgving og gransking, umframt ymiskum samskipandi uppgávum og HR. Uppgávurnar hava verið fjøl­broytt­ ar og áhugaverdar og hava eis­ ini havt við sær nógv samskifti og nógv fundar- og ferðavirksemi bæði heima, í Bruxelles og norðurlondum. Arbeiðið hevur verið ein stórur partur av mínum lívi, sum eg havi verið glað fyri. Eg eri framvegis fulltrúi í Menta­ málaráðnum, men nú við niðursettari tíð og færri og tilpassaðum upp­gáv­ um. Eg fegnist um, at tað ber til, og vil takka bæði arbeiðsgevara og starvs­ felagum. Men samstundis hevur hetta, at fara niður í tíð og siga frá mær spennandi arbeiðsuppgávur, verið ein stór persónlig avbjóðing – og kennist eisini sum eitt niðurlag.

Sclerosa

Eg fekk staðfest sclerosu í 2007. Tá var eg 38 ár. Men tá eg hugsi aftur,

so hevði eg fyrstu symptomini sum gott 20 ára gomul. Eg og tvær vinkonur vóru júst komn­ar heim frá einum 4 mánaðar long­um fjakkingartúri í Asia, har vit m.a. høvdu verið ein fleiri dag­ar lang­an gongutúr niðan í Himmalaia­ fjøllini í Nepal. Tá var sjálvandi ongin trupulleiki at ganga nógv og langt, og liggur hesin túrur nú í stóru rúgvuni við góðum minnum. Men væl heimafturkomin til Føroyar minnist eg, at tað eina beinið svav alt sum tað var í fleiri vikur. Eg hevði onga pínu, og kundi saktans ganga og brúka beinið vanligt, men kanska var eg eitt sindur meira klossut. Tað kennist nakað líknandi sum, tá man er doyvdur hjá tannlæknanum – man kann saktans tosa og eta, men man kemur lættliga at bíta skeivt. Tað føldist nokkso løgið, men eg var ung og væl fyri, so eg gjørdi onki við tað - eg hevði heldur ongantíð hoyrt um nakran, sum fór til lækna við sovandi húð. Næstu ferðirnar eg kendi hesa sovingina, var eg lesandi í Aalborg. Tað plagdi at ganga yvir av sær sjálv­um aftaná nakrar vikur, so eg gjørdi onki við at kanna tað nærri.

Føroyar

Maður mín og eg møttust í Aalborg, men vóru flutt heimaftur áðrenn elsta dóttirin var fødd. Millum elstu og næstelstu dóttrina, tá eg var eini

28 ára gomul, fór eg so til komm­ unu­lækna at kanna enn eitt álop av soving. Hon sendi meg til neurolog, eg fekk eina tíð til røntgen. Men eg gav avboð til røntguna, tí eg var tá við barn, og sovingin hvarv aftur. Aftaná eg fekk tvíburarnar við 3. graviditeti, fekk eg tó aftur nakrar ferðir hesa løgnu sovingina, har húð­ in svav og var følilsisleys. Tá tví­bur­ ar­nir, ein genta og ein drongur, vóru eini 4-5 ár, fór eg so aftur til komm­ unu­læknan, og hon sendi meg aftur til neurolog. Eg var send til ym­iskar neurologiskar kanningar og skann­ ingar, og sclerosan bleiv staðfest. Eg hevði als ongan kunnleika til hesa løgnu sjúku, og tað kendist bæði óveruligt og óviðkomandi. Men eg byrjaði so medisinska viðgerð, sum skuldi seinka um sjúkugongdina. Um júst somu tíð byrjaði eg í nýggj­um starvi sum deildarstjóri í Løg­mansskrivstovuni í Tinganesi. Eg hevði hvørki hug ella tíð til at vera sjúk, og eg føldi meg yvirhøvur ikki sjúkan. So eg helt fram við mínum aktiva dag­ligdegi, har eg stórtreivst – eg hevði spennandi og mennandi ar­beiði, góðan mann og 4 deilig børn, og alt var frálíkt. Eg hevði faktisk gjørt tað sama um­aftur, um eg skuldi valt.

Mynd: Tóra við Keldu

Arbeiði

Blóðtøpp

Fyri 6 árum síðani, tað var 1. jóladag

MBF

|

21


MBF 35 ÁR í 2009, fekk eg brádliga eisini ein blóð­tøpp í heilan, sum lammaði og ávirkaði alla mína høgru síðu og taluna. Neurologurin sigur, at hetta onki hevur við sclerosuna at gera, men bara var eitt óheldugt samanfall. Men í óhappinum var eg so heppin at sita í bilinum, og maðurin koyrdi meg beint á skaðastovuna, har eg varð skjótt og væl móttikin. Eg kom skjótt fyri meg, hóast høgra hond, fótur og tala ongantíð kom heilt uppá pláss.

Men nú er sclerosan farin at gera meira um seg, og tá mín høgra síða frammanundan er veik av blóð­propp­ inum, rakar sclerosan eyka nógv høgru megin. Serliga høgra hond er veik og hev­ ur lyndi til at krøkja seg. Eg eri høgra­ handað, so handskriftin er veik og vánalig, og eg skrivi nærum bara við teldu. At gera mat er í dag munandi meira tíðarkrevjandi, serliga krevur tað fokusering og tíð at skera frukt, grønmeti o.a. Mær hevur altíð dámað væl alt hondarbeiði so sum at binda, brod­ era og seyma. Men tað ber eisini illa til í dag, tí fínmotorikkurin er so vána­ligur. Av hesi orsøk havi eg lyndi til at lata vinstru hond taka meira yvir. Men tað ger bara, at høgra hond verður enn veikari. Sum ein ergoterapeutur segði við meg: „Use it or lose it". So eg royni mest møguligt at inndraga høgru hond í dagligu aktivitetirnar, hóast hondin ofta aktar illa. Kroppurin følist yvirhøvur tyngri, og følilsini t.d. undir iljunum eru vána­ lig. Tí havi eg ringa balansu og detti lætt. Eg skal nýta nógvu orku bæði fys­ iskt og mentalt at vera aktiv og t.d. at ganga – mentalt, tí at eg alla tíð­ina skal hugsa um tað at ganga, at flyta beinið og at lyfta fótin. Av tí sama møðast bæði kroppur og heili. Tað hevur týdning at halda seg

22

| MBF

fys­iskt í form. Men tá hetta bæði krev­ur fysiska og mentala orku, er tað líka neyðugt við hvíld og góðum svøvni. Og sjálvandi sunnum kosti og heilsugóðum lívsvanum generelt. Tað kann vera trupult at finna fram til røttu venjingina, tá man hevur skerdan flytiførleika, Hjá mær riggar best við einum skipaðum dagligdegi, har eg hvørja viku svimji nakrar ferðir, geri ávíst venjingarprogram heima, gangi til fysioterapi og yoga. Tað, at eg eri før fyri at ganga og flyta meg runt av egnari megi, hevur havt stóran týdning fyri meg. So tá eg fekk staðfest sclerosuna, byrjaðu maðurin og eg at ganga 1 tíma hvørt kvøld. Vit ganga framvegis túr hvørt kvøld, men teinurin verður alsamt styttri og tempo’ið lægri.

Raðfesting

Eg flyti meg ikki líka lættliga longur, so tí má eg eisini raðfesta millum dagligu aktivitetirnar. Innkeyp til húsarhaldið er t.d. nakað, sum er tungt og trupult, og er ein av fleiri aktivit­etum, sum maðurin nógv skjótari og betur enn eg orðnar. So tað sleppi eg so deiliga lætt frá :) Nei, persónliga er tað eitt ordiliga keðiligt afturstig, ikki sjálv at kunna orðna tað, sum eg plagdi. Men man lærir at innrætta seg mest praktiskt, so tingini fungera bæði fyri meg og alla familjuna. Sum familja dámar okkum væl at ferðast. Og maðurin og eg hava altíð, eisini heilt frá byrjan, meðan vit vóru lesandi og júst flutt heim, raðfest í minsta lagi ein túr uttanlands um árið. Fyrr og við smáum børnum var talan um bíligar ferðir uttanfyri háárstíð, men altíð við nógvum upplivingum og góðum minnum. Hetta at raðfesta minst eina árliga familjuferð uttanlands er framvegis óbroytt. Í dag krevur tað bara neyvari umhugsan og planlegging enn fyrr. Vit hava t.d. júst verið í Danmark í kon­firmatión øll 6, og tá fekk eg leigað mær ein lítlan el scootara, sum lættliga kundi leggjast saman, so hann passaði í bilin. Tað var fakt­

isk eitt gott upplivilsi, tí á henda hátt kundi eg vera við til túrar og nógvar tím­ar í shoppingcentrum uttan stór­ vegis trupulleikar. Eg eri glað fyri enn at kunna hava ein samansettan dagligdag við fam­ ilju, arbeiði og eini venjingarætlan morgun og kvøld. Eg og vit øll skula venja okkum við, at ting generelt taka longri tíð, og aktivitetir skulu planleggjast fyri at alt skal hanga saman. At fara niður í tíð og bert hava av­mark­aðar arbeiðsuppgávur, er fram­vegis ein avbjóðing, sum eg fram­haldandi royni at finna útav. Eg eri von við og dámi at arbeiða nógv og breitt. Arbeiðið hevur enn stóran týdning fyri meg – bæði mentalt, sosialt og nú eisini fysiskt :) Tá kann eg nýta høvdið, og samstundis hvíla kroppin, alt meðan eg eri partur av einum sosial­um felagsskapi saman við fitt­ um og dugnaligum starvsfelagum í Mentamálaráðnum. Men bæði til arbeiðis og heima skal eg nú venja meg við ikki at hava ein líka stóran leiklut sum fyrr. Per­ sónliga er tað faktisk nokkso trupult, hóast bæði familja og arbeiðgsgevari hava verið stak positiv at finna loysn­ir saman við mær. Og tað eri eg takk­ som fyri. Sum persónur elski eg at vera í gongd, at vera við, har sum tað hendir, og at hava nógvar bóltar i luftini í senn. Eg dámi væl at menna meg og taka ábyrgd. Og eg elski at ferðast, at uppliva nýtt og koma út í heim. Ja, sclerosan hevur broytt mítt lív og gerandisdag munandi, og eg noyðist allatíðina at gera prioriteringar. Og onkuntíð finna nýggj­ar hættir at skipa lívið. Men eg havi tað gott, og eri framvegis sami persónur, sum áðrenn sjúkuna. Hvussu framtíðin verður, veit ong­ in. Men lívið er ein fantastisk gáva, og hóast ávísar avbjóðingar, sum kunna vera frustrerandi, kenni eg meg bæði glaða, nøgda og sera vælsignaða. Takk fyri.


MBF 35 ÁR

Bárður Persson:

Jú longri vit bíða, jú fleiri av okkum liggja eftirá

Relatiónir

Burtur við ósunnum relatiónum: Tað er sera umráðandi at seta sunn mørk. Ger upp við teg sjálvan, hvat tú kanst ganga við til, og hvat tú ikki kanst ganga við til. Við øðrum orðum, hvar endar tú, og hvar byrja hini. Tú eigur als onki í tí arvaða lortinum, sum liggur tungt niðri í tí arvaða ryggsekkinum. Slít teg burtur úr ósunnum relatiónum

og oyðileggjandi medavhengiheit - tú hevur títt hægra vald, og onnur hava sítt hægra vald. Stóla uppá, at teirra hægra vald fer at hjálpa teimum, og vísur teimum á veg.

Svøvnur

Svøvnurin er tað allar viktigasta: Utt­ an svøvn, ongin orka til at viðgera seg sjálvan. Ger tískil alt fyri at fáa ein góðan svøvn, og spyr teg sjálvan, hvat er tað, sum ger at svøvnurin fer? Tað kann t.d. vera manglandi kvalit­ etur á madrassu, dýnu, kodda, song o.s.fr. ein av orsøkunum. Hvussu er temperaturur og útlufting í sovi­rúm­ inum? Hevur tú ofta tipta nøs, beint áðrenn tú leggur teg og vaknar so løtu seinni, tí muðurin er óvanliga turrur. Í so fall kann nasasprey nýtast, beint áðrenn ein leggur seg. Hevur tú tankameldur, ja, so ber til at gera eina avspenning ella meditatión ella bæði tvey áðrenn tú leggur teg, ella tá tú hevur lagt teg. Her vóru bara nøkur dømi úr rúgvuni. Annars ber jú til at fara á netið og finna meira um evnið.

Ymiskar íðkanir

Tað er sera nógv, ein kann íðka fyri at fáa tað betri. Fyri bara at taka okkurt úr rúgvuni, kann her nevnast yoga, meditatión, gongutúrar, fjalla­ túrar, rennitúrar, styrkivenjing, rútmu­ venj­ing og annars ymiskan ítrótt. Og

talan kann jú eisini vera um ítriv av ym­iskum slag, og her er tað bara hug­flogið, ið setur avmarkingar.

Sinnisviðgerðir

Eitt ótal av ymiskum sinnisviðgerðum finnast til fólk, ið eru í eini depressión. Eitt nú sjálvhjálparbólkar, so sum sjálvhjálparbólkar innan depressión, bipolar, AA, ACA, kynsligan ágang o.s.fr. Eitt annað er so sjálvandi anti­ depressivar heilivágsviðgerðir, sum eg slett ikki fari inn á. Her kann eg ein­ans viðmæla einum at venda sær til sín kommunulækna, og fáa ein slík­ an at hyggja nærri eftir støðuni. Og so annars terapiir av alskyns slagi. Eg fari ikki meira inn á alt hetta, tí hetta er eitt so ómetaliga um­fatandi um­ráði. Men eg kann tó enda við at siga, at her er nokk best at venda sær til okkurt skikkað fakfólk og fáa eina gjølla kunning um, hvørjir við­ gerð­arhættir finnast, og útfrá hesum finna fram til okkurt, ið kundi verið væl egnað til ein sjálvan.

Myndir: Bárður Lydersen

Til 35 ára dagin hjá MBF, sum var kallaður „Lívið hevur litir", hevði Bárður Persson fyrilestur um depres­ sión. Bárður byrjaði við heilt stutt at siga, hví hann kom í eina djúpa depres­ sión, og hvussu tað var at vera í henni. Nú geva vit Bárði orðið, sum á 35 ára degnum eisini kom við eini inniligari áheitan, sum kann lesast niðast her: Far eftir allari tí hjálp, sum tú kanst fara eftir: Her snýr tað seg um at skúgva allan býttisligan stoltleika burtur. Fær eftir allari tí hjálp tú hev­ur brúk fyri. Ger nýtslu av tí sunna frek­ leikanum, ið sigur: „Eg havi akkurát somu rættindi sum øll onnur til at fáa eitt virðiligt lív!” - Men minst til! Tað er í grundini bara tú sjálvur, ið kann geva tær sjálvum rættin til eitt virðiligt lív. Og minst so eisini til, at grundin til, at tú mást biðja um hjálp, er ikki tí, at tú ert veikur, men tí, at tú hevur verið ov sterkur í alt ov langa tíð.

Matur

Roynið sum frægast at eta sunt, men setið tó ikki ov høg krøv. Oftast er best at broyta matvanan so líðandi. Eitt haldgott umskifti tekur jú tíð. Og í hes­um samanhangi er vert at minna á, at tað eru tey smáu fetini sum telja. Alt tað, sum skal til, fyri at ein kann fáa tað betri, má gerast í eins egna

MBF

|

23


MBF 35 ÁR

tempo. Róm bleiv jú ikki bygt uppá ein dag, og soleiðis er tað jú eisini við psykuni hjá okkum.

Vitaminir og lýsi

Sera umráðandi at geva heilanum ta olju, hann hevur brúk fyri, fyri at kunna fungera optimalt. Her er van­ ligt toskalýsi heilt einastandandi - og tað fæst jú eisini við sitrón smakki. Ann­ars er sera umráðandi at fáa nokk av vitam­inum og mineralum. Her ber til at fara til ein kostráðgeva og fáa meira at vita.

At acceptera sína støðu

Og her til seinast. Fyri yvirhøvur at kunna koma víðari og finna ein inn­ ara frið, er ein noyddur at koma hartil, at ein so smátt byrjar at accept­era sína støðu. At megna at siga við seg sjálvan, at støðan er nú eina­ ferð soleiðis, sum hon nú eina­ferð er, og tað er tað. Hetta merkir ikki at geva upp. Als ikki. Hetta merkir bara, at ein setur seg sjálvan meira frían og betri evnar at síggja veruleikan, akkurát sum hann er. Og við hesum ber betri til at síggja, hvat tað er, sum skal broytast, og hvussu hetta kann verða gjørt. Um ein ikki kemur til at kunna brúka hetta sum eitt út­gangs­ punkt, verður ein helst at liva í eini uppslítandi ónøgd, ið heldur tarnar, stjel­ur orku og førur til offurrollu, held­ ur enn at síggja verðina við nýggjum eygum.

Áheitan

Eg fari at enda við at halda eina lítla talu. Hon hevur onga yvirskrift. Hon er vend til okkum øll, og ikki minst teimum myndugleikum, ið veruliga kunna gera ein mun á tí psykiatriska økinum í Føroyum. Ein persónur, sum er í eini djúpari depressión, roynir ofta til fánýtis at berja seg upp gjøgnum fjøll, ið eru størri, brattari og meira grýtut og óupp­komilig, enn nakað fjall, ið vísur seg í einum jarðligum búna. So her

24

| MBF

er ikki talan um manglandi vilja, men heldur um ein óvinniligan kamp. Sera óheppið kann tí vera at koma við moralskum úttalilsum, so sum: „Tú má bara royna at taka teg saman” … „Tú mást altso hugsa um tíni børn” ... „Vit onnur, vit hava eisini okkara niðurtúrar og okkara at dragast við” o.s.fr., o.s.fr. ... Ja, sera óheppið, tí eitt er sikkurt, tann depressiónsrakti manglar ikki viljan. Tí ein og hvør, ið er í eini slíkari støðu, vil geva alt tað hann eigur fyri at sleppa burturúr henni aftur. Trupulleikin er bara tann, at við­ kom­andi ikki einsamallur evnar at til­ogna sær teir førleikar, ið skula til fyri at sleppa sær burturúr hesi sera óunniligu støðu. Tað einasta, ið veruliga hjálpir einum, ið er í eini djúpari depressión, er at vera møtt­ur við rúmligheit, inniligheit, eyð­mjúk­ leika og forstáilsi, sum sam­an­lagt mynda forvitnisliga og fjálgandi hug­ takið kærleiki. Tað er ígjøgnum kær­ leikan, at vit kunna rætta okkara lekj­ andi hendur út og lyfta hvønn annan upp úr dýpinum. Men alt hetta er lættari sagt enn gjørt, tá talan er um at vera ein av­varð­andi hjá einum álvarsligt sálar­ sjúkum. Tí hesi eru ofta fullkomiliga útmødd, tí tey ofta hava givið alt, aftur og aftur, og hetta ofta uttan at kenna, at tey sjálvi fáa nakað aftur, og hava tískil einki eftir, sum tey kunnu geva. Resursurnar eru snøgt sagt vundnar burtur úr hvørjari tí einastu kyknu. Tey hava ofta verið í heimsins tor­ før­asta leikluti í alt ov langa tíð. Tey eru sum útbrendir sjónleikarar, sum utt­an stórvegis vegleiðing frá einum leik­stjóra royna at krøkja seg til eitt leikrit, sum ikki longur gevur nakra meining at spæla, og tískil ikki longur kann framførast við sál. Og hetta enn minni, tá havt verður í huga, at hetta ótespiliga leikrit skal framførast á einum palli, sum fyri langari tíð síðani er dottin sundur Her er tí sera neyðugt, at tey kunna

fáa alla ta hjálp, tey yvirhøvur kunna fáa frá okkara sálarheilsuverki. Men trupulleikin her er bara tann, at vit í dag hava eina psykiatri, sum í tí stóra og heila yvirhøvur ikki fung­ erar. Í nógvum førum er talan um við­gerð, ið er sera lítið munagóð og í ávísum førum beinleiðis skaðilig. Um vit vilja tað ella ikki, ja, so er hetta tann sera óunniliga støðan, vit í dag eri í. Mín innarliga áheitan til politikarar og onnur myndugleika avvarðandi, sum eru her í dag, er tískil tann, at sett verður inn við allari tí orku, sum skal til, fyri at fáa okkara sera illa­ virk­andi psykiatri uppá beinini aftur. Ein illavirkandi psykiatri, sum utt­an iva er tann dysfunktiónin, ið er tann allar dýrasta dysfunktiónin, vit yvir­ høvur hava í tí føroyska sam­felagn­um í dag. Ein dysfunktión, ið er við­virk­ andi til, at eitt náðileyst sjúku­elv­andi helviti sleppur at spjaða útmergj­ andi pínu, ótolandi sorg og sorandi sálarsjúku rundan um seg. Eitt satt helviti, har fleiri og fleiri av okkum vera inkluderaði, um ikki nakað heilt munagott verður gjørt alt fyri eitt. Eitt, ið byrjað kundi verið við, er at seta ein arbeiðs- og eftirlitsbólk, ið hevur til uppgávu at venda hvørjum tí einasta steini innan fyri psykiatriska økið í Føroyum. Og tá eg sigi hvørjum tí einasta, so meini eg altso hvørjum tí einasta. Her finnist als eingin heilag kúgv, sum er so heilag, at vit kunna loyva okkum at lata hana standa í vegin fyri munandi batum á psykiatriska økinum í Føroyum. Og lat míni seinastu orð her í dag verða hesi: Latið okkum fara undir eitt slíkt ar­beiði alt fyri eitt. Tí eg kann gar­ant­ era fyri - og hetta við eini 100 prosent fullvissu - vit sleppa ikki undan. Og jú longri vit bíða, jú fleiri av okkum liggja eftirá, og jú størri gerst tann endaliga rokningin. Takk fyri háttvirdu áhoyrarar!


MBF 35 ÁR

Landsstýriskvinnur á 35 ára degnum Í samband við ráðstevnuna “Lívið hevur litir”, fingu Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam, landsstýriskvinnur, soljóðandi spurning frá MBF: Hvørjar ætlanir hevur tú fyri brekøkið komandi árini? Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, segði, at á skúla­økin­ um verður strembað eftir javnbjóðis møguleikum fyri øll í eini inkluderandi skúlaskipan í tráð við grein 24 í ST sáttmálanum um rættindi hjá ein­ staklingum, ið bera brek. Í Hoydølum eru tveir serflokkar innan autismuøkið. Á Kambsdali sá fyrsta serbreytin dagsins ljós í fjør, og komandi skúlaár vera serbreytir á Glasi og Tekniska skúla í Klaksvík. Hetta má sigast at vera nýbrot í før­ oyskari skúlasøgu. Ætlanin er at raðfesta økið í ár­ u num, sum koma, og miðað verð­ur eftir at halda gongdini m.a. við javnari upptøku. Somuleiðis er ætlanin at stovnseta serbreyt á mið­ náms­skúlanum í Suðuroy í 2017. Ætlanin er eisini at víðka Rásina. Vælumtókta sertilboðið í Skúlanum á Fløtum er skipað sum varandi skip­ an, og stig verða nú tikin til at skipa ver­andi serflokkar eftir sama leisti og skipa nýggjar serflokkar m.a. í Suð­uroy og Vágunum. Somuleiðis er skjøtul settur á at menna skúlatilboðið í Skúlanum á Trøðni. Stig verða nú eisini tikin til at fáa starvsøkið hjá námsfrøðiligu stuðl­ un­um skipað betur.

Almannamál

Eyðgunn Samuelsen segði, at sum lands­stýriskvinna í almannamálum má ein viðurkenna, at tørvurin á brekøkinum er stórur og samansettur, og tí er neyðugt at velja einstøk øki, ið vit leggja dent á. Nú MBF hevur 25 limafeløg, sigur hetta nakað um, hvussu stórur og samansettur tørvurin er innan økið. Landsstýriskvinnan vísti til nið­ur­ støðurnar frá hoyringini í brek­sátt­ málanum í 2014, har ST nevnd­in ynskir, at Føroyar ger eina brek­polit­ iska ætlan, ið skal fevna um øll sátt­ málaøki, og sum skal hava ítøkilig mál, ið kunnu mátast. Hetta arbeiðið skal setast í gongd soleiðis, at vit, tá ið næsta frágreiðing skal sendast til ST í 2019, eru komin hetta stigið víðari. Geiraábyrgd og samstarv er veg­ urin fram, og er tað neyðugt áhald­ andi at menna og samstarva tvørtur um myndugleikaøki og fakøki. Leist­ urin fyri tí góðu tilgongdini skal víðk­ ast til onnur øki eisini. Viðvíkjandi ungum við sálar­ sjúku er neyðugt at fyribyrgja og at seta inn so tíðliga sum gjør­ligt.

Landsstýriskvinnurnar í almanna­ málum, mentamálum og heilsu­mál­ um, fara í felag at seta ávís arbeiði í gongd á hesum økjum. Landsstýriskvinnan vísti á niður­ støð­urnar úr ST um at tryggja, at harð­skapur og misbrúk ímóti øllum fólk­um, ið bera brek, verða fráboðað og væl kannað, og at neyðugi stuð­ul­ in til offur er tøkur. Hon vísti á heild­ ar­ætlanina um kynsligan ágang, ið fevnir um harðskap mótvegis fólki, ið bera brek, og at heildarætlanin hevur serligt átak, ið snýr seg um at fyribyrgja og verja fólk, ið bera brek, og at veita neyðuga hjálp. Komandi árini er ætlanin at skipa fyri Norðurlendskari ráðstevnu í Før­ oyum, ið skal varpa ljós á hetta evnið og er rættað mótvegis starvsfólkum og mótvegis fólki, ið bera brek og teirra avvarðandi. Tænastupolitikkurin verður liðugur í summar og er við til at seta orð á og peika á økið í ein rætning, og síðan skal ein tænastulóg gerast. Stórur tørvur er á fleiri tíðarhóskandi bústøðum. Nýggir og tíðarhóskandi bústaðir skulu útvegast við støði í tørvinum kring landið. Serliga stórur tørvur er í miðstaðarøkinum.

MBF

|

Myndir: Finnur Justinussen

Mentamál

25


LUKKA

Lukka vísir veg til javnrættindi Sama dag, sum ráðstevnan „Lívið hevur litir” var í Norðurlandahúsinum í samband við 35 ára dagin hjá MBF, varð bókin Lukka givin út. Bókin tekur støði í ST- sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, og vísir á grundleggjandi rættindi føroyinga. Teksturin, sum er týddur og tillagaður, so hann er lættari enn uppruna teksturin at lesa, hava Ása Olsen, aðalskrivari í MBF, og Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, staðið fyri. Myndirnar, ið eru við til at gera sáttmálan livandi, hevur Edward Fuglø teknað, og tað er Jastrid Gullaksen, sum hevur sett bókina upp. Bókin byrjar við eini løtulýsing og frágreiðing um navnið. „Ert tú

26

| MBF

komin at vitja ommu, lukka?" Soleiðis sigur omma altíð við einum brosi, so ein muss og eitt klemm og ein drekkamunn á borðið. Her merkir lukka tað sama sum vælsignaður. Lukka merkir eisini eydna. Og Lukka eitur fína bamsan, sum hvørki er genta ella drongur. Samansett av ymiskum litríkum mynstrum, og við tveimum oyrum, ið ikki eru eins. Tveir ymiskar armar og tvey ymisk bein hevur Lukka eisini, og sanniliga, um annað eygað ikki er ein knappur. Lukka er ætlað børnum og vaksn­ um at lesa í felag, og vón okkara er, at hon kveikir áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek. Eisini er tað okkara ynski, at allir føroyingar koma at kenna tey rættindini, ið sáttmálin leggur upp

til, so at rættindini gerast veruleiki í føroyska samfelagnum. Við sama ynski varð bókin send øllum næmingum í 4. flokki í fólka­ skúlanum. Myndin er frá hugnaligari morgunløtu saman við næmingunum í Norðskála-Oyrar skúla. Lukka er ókeypis og kann fá­ast á skrivstovuni hjá MBF í Tórs­havn. Eisini er møguleiki at fáa eintak á Bókasavninum við Løkin, Bóka­ savninum á Norðskála-Oyrar skúla, Fuglafjarðar bókasavni, Klaksvíkar bókasavni og Vága bókasavni. Frá í komandi viku er Lukka eisini at fáa í Suðuroynni og á Sandoynni.


SERØKIÐ INNAN FÓLKASKÚLAN Alzheimerfelagið Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Malan Mohr Telefon: 74 44 56 alzheimer@alzheimer.fo malan.mohr@skulin.fo www.alzheimer.fo Autismufelagið A. C. Evensgøta 8 100 Tórshavn Heidi Aagaard, forkvinna Telefon: 50 90 31 formadurin@autisma.fo www.autisma.fo Cøliakifelag Føroya Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Sonja Tausen Telefon: 26 86 83 coliaki@olivant.fo Colitis-Crohn Føroyar Teitur Vágadal, formaður Telefon: 21 88 57 ccf@mail.fo www.ccf.dk Deyvafelag Føroya Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Maria Ellefsen, forkvinna Telefon: 31 75 97 deaf@deaf.fo www.deaf.fo Diabetesfelag Føroya Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn May-Britt Skoradal Telefon: 29 22 53 maybrittskoradal@gmail.com www.diabetes.fo Epilepsifelag Føroya Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Randfríð Sørensen, forkvinna Telefon: 31 39 78 rs@januar.fo Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Torkil Hansen, formaður Telefon: 22 28 39 hoyr@olivant.fo www.hoyribrek.fo

Felagið fyri lesi- og skriviveik Tróndargøta 40 100 Tórshavn Anne-Karin Kjeld, forkvinna Telefon: 25 39 22/21 22 22 lesa@lesa.fo www.lesa.fo

Javni Postboks 1133 110 Tórshavn Sigrun Wardum, forkvinna Telefon: 20 80 90 javni@javni.fo www.javni.fo

Føroya Astma og Allergifelag Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Ingrid Henriksen, forkvinna Telefon: 228079 in-tr@kallnet.fo

Lipp & Lymfødemfelagið Traðartún 6 160 Argir Eyðbjørg Djurhuus, forkvinna Telefon: 22 52 24 nicolina@olivant.fo

Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Anna Petersen, forkvinna Telefon: 31 02 37 gikt@gikt.fo www.gikt.fo

Nýrafelagið Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Jórun Karolina Høgnesen jorunh@post.olivant.fo

Føroya Blindafelag Íslandsvegur 10 a 100 Tórshavn Ruth Thomsen, forkvinna Telefon: 31 82 22 rut@blind.dk Føroya Psoriasisfelag Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Majgun Poulsen, forkvinna Telefon: 42 41 79 jno@polarseafood.ql Heilafelagið Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Maud Wang Hansen Telefon: 288606 heilaf@olivant.fo Hjartafelagið Postboks 3120 110 Tórshavn Eydna Joensen, forkvinna Telefon: 31 32 38 hjartafelag@hjartafelag.fo www.hjartafelag.fo ÍSB – Ítróttarsambandið fyri brekað Gundadalur 2 100 Tórshavn Jógvan Jensen, formaður Telefon: 31 78 79 isb@olivant.fo www.isb.fo

Parkinsonfelagið Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Durid Johannesen, forkvinna Telefon: 21 78 86 parkinson.fo@gmail.com www.parkinson.fo Sclerosufelagið Vesturgøta 15 110 Tórshavn Hallur Thomsen, formaður Telefon: 598783 sclerosufelag@sclerosufelag.fo www.sclerosufelag.fo Sinnisbati Postboks 1184 110 Tórshavn Súsanna Olsen, forkvinna Telefon: 32 25 44 sinnisbati@sinnisbati.fo www.sinnisbati.fo Spastikarafelagið Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Christina Johannesen, forkvinna Telefon: 215324 spastikarafelagid@gmail.com Stoffskiftisfelagið Landavegur 65 100 Tórshavn Anna Dahl-Olsen, forkvinna Telefon: 31 91 61 postur@stoffskifti.com www.stoffskifti.com ADHD felagið Guðbjørg á Lofti adhdfelag@gmail.com

MBF

|

27



Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.