107838 mbf blaðið 1 2015 skerm

Page 1

www.mbf.fo

BLAÐ NR. 1, mai 2015

Eitt gott kort í hondini Fyrsta januar 2015 varð skipanin við fylgjarakorti sett í gildi í Føroyum, sum er enn eitt stig á javnrættindaleiðini


Rættur til lív Tóra við Keldur, forkvinna

Góðskan av lívinum kann millum annað mátast eftir, hvussu atkomuligar umstøður okkara í gerandisdegnum eru, og krevur hetta góðan og sunnan samfelagsligan hugburð til atkomu í breiðum týdningi. Grein 10 í ST sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek, hevur yvirskriftina Rættur til lív. Við hesum vátta limalondini, at eitt og hvørt menniskja hevur natúrligan rætt til lív og vilja taka øll neyðug stig til at tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa notið henda rætt til fulnar á jøvnum føti við onnur. Carol Thomas, granskari á fróðskapar­ setrinum í Lancaster, nevndi á granskingar­ ráðstevnu innan brekøkið undir heitinum At skilja ymisleika og fremja javnrætt: “Soleiðis, sum brekøkið alment verður lýst har tú býrt, er litað av mentanini, og soleiðis sum vit í mentan okkara síggja og virða tey, sum bera brek, avgerð lívsgóðsku teirra.” Føroysk mentan er alt tað, sum føroyingurin er. Mentanin er eyðkenni og vitanin hjá føroyingum, alt tað, sum m.a. liggur í máli, átrúnaði, politikki, mati, vanum, tónleiki og list. Mentan er eins og eitt stórt, litríkt klútateppi sett saman av atburði, sínámillum ávirkan, fatanarligari skipan og skili ella gløggskygni. Klútateppi er í veruleikanum mynd av øllum tí, sum verður lært í felagsskapinum, og sum skapir persónliga identitetin. Tí ger tað ikki tað sama, hvat vit vísa í verki, og hvussu vit orða okkum í almenna rúminum um brekøkið. Soleiðis, sum hetta

økið í Føroyum er skipað, vísir nevniliga føroyska hugburðin. Og vit eru á veg! MBF kann saman við føroyingum fegnast um munagóðar broytingar í Føroyum seinastu árini, t.d.: – Almannaráðið hevur fingið til uppgávu at hava eftirlit við ST sáttmálanum – Arbeitt verður við at fáa grein 33 í ST sáttmálanum, um óheft eftirlit, at virka – Føroyingar hava fingið nýggj parkerkings­ kort við ES sniði – Fylgjaraskipan er sett í verk – Miðnámstilboð til ung við breki er víðkað – MBF er umboðað í arbeiðsbólki, ið skal gera tilmæli um ein tænastupolitikk á almannaøkinum í Føroyum – Almannaráðið hevur á fíggjarlógini játtað kr. 400.000,- til skrivitulk – Bíðilistin í barna- og ungdómspsykiatriini er minkaður úr hálvum øðrum ári niður í tveir til tríggjar mánaðir – Í Heildarætlanini um kynsligan harðskap er uppskot viðvíkjandi fólki við menningartarni og sálarligum avbjóðingum Samstundis sum vit gleðast um munagóðar batar, so eiga vit at standa saman um at arbeiða fyri, at allir føroyingar fáa rætt til lívið, og ikki bara at vera á lívi, men at hava eitt so virkið lív í gerandisdegnum sum gjørligt. TÓRA VIÐ KELDU

forkvinna í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum

Útgevari: Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum – Íslandsvegur 10C – 110 Tórshavn – Telefon 31 73 73 – mbf@mbf.fo heimasíða: www.mbf.fo – Skrivstovutíð: Týsdag, mikudag og hósdag 10.00 – 15.00   Nevnd: Tóra við Keldu, forkvinna – Yvonna Hjaltalin, næstforkvinna, umboðar samskiftisbólkin. Gudny Benjaminsdóttir, umboðar rørslubólkin – Anna Dahl Olsen, umboðar medisinska bólkin – Jørmund Foldbo, umboðar Sálarliga/neurotiska bólkin  Ábyrgd: Nevndin  Lagt til rættis: Sp/f Rit&Ráð tel. 22 92 42  Prent, uppseting og liðuggerð: Føroyaprent – www.foroyaprent.fo – tel. 314 555 Loyvt er at endurgeva tilfar, ella partar av tilfari (myndir undantiknar) treytað av, at keldan verður upplýst Forsíðumynd: Tóra við Keldu


INNIHALD

Nýggj parkering­s­kort Fyrsta mars í ár fóru gomlu avlamis­skeltini úr gildi, og vóru tey avloyst av nýggjum parkerings­kortum.

Fylgjaraavtalan undirskrivað

5

Umboð fyri landsstýri og MBF undirskriva her avtaluna.

13 Eitt gott kort í hondini Í eini tvey ár arbeiddi MBF við at fáa í lag eina avtalu, sum skuldi geva fólki, sum bera brek, møguleika til at hava fylgjara uttan at skula gjalda fyri hann.

6 Enn eitt stig á javn­rættinda­­ leiðini Í sambandi við at avtala millum komm­ unur­nar og Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum viðvíkjandi fylgjarakorti varð undirskrivað, helt Tóra við Keldu, forkvinnan í MBF, røðu.

Jákup gjørdist hoyritarnaður 15 ára gamal

18 DRs ambition for tilgængelighed: Alle skal kunne ,Få det hele med‘

11

800.000 danskere har nedsat hørelse. 4.000 er døve. 50.000 er blinde eller næsten blinde. 300.000 ser så dårligt, at undertekster på tv er svære at tyde, og 600.000 kan nok se, men ikke læse underteksterne, deres læsefærdigheder slår ikke til. DR er også deres, og selv om ambitionen om, at alle skal kunne ‚få det hele med‛ måske aldrig nås, så er den god at have

20


FYLGJARAKORT

Skipan við fylgjarakorti til fólk, ið bera brek

Fyrsta januar 2015 varð skipanin við fylgjarakorti sett í gildi í Føroyum, og vóru tað stovnar undir Mentamálaráðnum og Vinnumálaráðnum, sum vóru fyrstir við í skipanini. Síðani eru Smyril Line og kommunurnar eisini komin við í skipanina.

Hvat er fylgjaraskipan og fyri hvønn er skipanin?

Í Føroyum hava vit fólk sum bera brek og sum eru nóg illa fyri til, at um tey skulu út til tiltøk, ella um tey skulu út at ferðast, eru tey noydd at hava fylgjara við. Í nógvur førum er tað ov kostnaðar­ mikið hjá hesum fólkum at ferðast ella at luttaka í tiltøkum, har tey bæði skulu gjalda fyri seg sjálvan og fyri fylgjaran. Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og hava tørv á fylgjara, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerki fyri fylgjaran. Tørvurin á fylgjara kann verða grund­a ður á bæði likamligt og sálar­ligt brek og er ikki treytaður av aldursmarki. Fyri at fáa fylgjarakort er neyðugt at skjalprógva tørvin við í minsta lagi einum av niðanfyristandandi skjølum ella játtanum:

4

| MBF

Læknaváttan

Útgangsstøðið er, at tørvurin skal verða skjalprógvaður við læknaváttan frá egnum lækna.

Góðkenning til ymsar almennar veitingar

Lækna­v áttan krevst tó ikki, um um­søkjari kann skjalprógva, at við­ kom­andi er góðkendur at fáa eina av niðanfyristandandi veitingum ella hevur góðkendan limaskap. – Bútilboð á stovni ella sambýli – Parkeringsskelti fyri fólk, ið bera brek – Játtan um stuðul til at keypa bil, sbrt. kunngerð um stuðul til at keypa bil o.a. sbrt. forsorgarlógini – Viðkomandi er limur í Blindafelag – Føroya. (Talan skal vera um fullan lima­skap, ið er treytaður av, at eygna­lækni váttar, at sjónin er undir 10%. Talan er sjálvsagt ikki um stuðulslim) Fylgjarakortið hevur gildi í 3 ár. Eftir hetta skal tað endurnýggjast við at senda inn nýggja umsókn saman

við haldgóðum skjalprógvi fyri tørvin á fylgjara. Kortið er galdandi á øllum støðum, har MBF hevur gjørt avtalu við myndug­leikar, feløg og onnur. Kortið skal nýtast sum skjalprógv fyri, at kortánarin hevur tørv á at hava fylgjara við sær, tá ið viðkomandi ferðast ella luttekur í tiltøkum. Kortánarin skal gjalda fyri seg, men við at vísa fram kortið, tá ið goldið verður, hevur viðkomandi rætt at hava í mesta lagi ein fylgjara við sær og onki gjald verður tá tikið fyri fylgjaran. Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) hevur um hendi alla um­siting av fylgjarakortinum. Umsókn um fylgjarakort skal fyllast út á serligum skjali, ið fæst við at venda sær til MBF á annað­ hvørt www.mbf.fo ella á skrivstovuni á Íslands­v egi 10 C í Tórshavn. Um­sóknar­skjalið verður at senda til MBF, sum viðger umsóknina og tekur avgerð um, hvørt fylgjarakort verður útflýggja umsøkjara.


FYLGJARAKORT

Smyril Line skrivar undir umborð á Norrønu

Landssýrisfólkini Johan Dahl, Annika Olsen og Bjørn Kalsø saman við Tóru við Keldu, forkvinnu í MBF undirskriva avtaluna.

MBF

|

5


FYLGJARAKORT

Enn eitt stig á

javn­ rættinda­­ leiðini

Í sambandi við at avtala millum kommunurnar og Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum viðvíkjandi fylgjarakorti varð undirskrivað, helt Tóra við Keldu, forkvinnan í MBF, hesa røðu: – Í dag er avtalan ímillum komm­unur­ nar og Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum viðvíkjandi fylgjarakorti undirskrivað. Við hesum er gjørd avtala um, at stovnar, sum fáa rakstrar- og stuðuls­ játtan frá kommununi, binda seg til at ganga í eina skipan við fylgjarakorti sam­bært leiðreglum fyri fylgjarakort til fólk, ið bera brek. Hetta er ein stórur dagur fyri MBF, og er eisini eitt framhald av teimum avtalum, sum vit longu hava undir­ skrivað við Mentamálaráðið, Vinnu­ málaráðið, Almannaráðið og Smyril Line. Havi hug at halda, at góðskan av lívinum kann mátast eftir, hvussu at­ k omu­ l igar umstøður okkara í gerandis­degnum eru. Her hugsi eg sjálvandi um atkomu í breiðum týdningi – útbúgving, upplýsing, at fáa tíðindini og sendingar annars í útvarpi og sjónvarpi við, og alt tað, sum annars gevur tær møguleika at vera so virkin sum gjørligt og at vera partur av gerandislívinum, har vit eru. Her kemur fylgjaraskipanin eisini inn. Avtalan er eitt frambrot, men eisini grundleggjandi neyðugt, um

6

| MBF

allir føroyingar skulu vera við á jøvnum føti. Síðani er tað likamlig atkoma. Tá tosa vit um hurðavíddir, skráar, lyftur, gáttir, rúmlig vesi og tað, sum í sjálvum sær kann vera ein forðan fyri, at allir føroyingar kunnu vera við. Hugsið tykkum, tit sum hava undir­ s krivað fylgjaraavtalu við MBF, um tit øll skuldu gjørt kraftlop, áðrenn tit sluppu á ársfundin hjá Kommunufelagnum í dag. Ella lopið hæddarlop fyri at koma inn um hurðina. Ja, eg veit ikki, hvussu mong vit høvdu verið. Møguliga er ov sjáldan, at vit, sum megna at ganga í trappum, upp um høgar gáttir, toga í tungar hurðar síggja, hvussu ótrúliga skjótt tað er at kenna seg óynsktan og bara muga viður­kenna, at eg kann ikki vera við. Eg veit, at tað er ikki tað, vit siga, men tað er tað, vit í ávísum støðum, vísa. Atkomu­viðurskiftir í og við bygn­ ingar vera í dag skipað í kunn­gerð nr. 13 frá 10. februar 2012. Tað verður ongan­tíð sagt ov ofta og týðiliga, hvussu stóran týdning tykkara upp­ gáva sum kommunur er. Tit eru byggi­valdið og tískil góðkennandi

byggi­myndugleiki og hava eftirlit við, um bygt verður eftir góðkendum byggi­loyvi og galdandi reglum. Hetta er galdandi, tá ið nýggir almennir bygningar verða bygdir. Kunngerðin hevur ikki ásetingar um revsing orsakað av, at tað ikki er heimild í býar­skipanarlógini til revsi­ásetingar. Royndirnar hjá okkum í MBF eru, at flest øll vilja byggja atkomuligt. Hetta er eisini eitt av hjartamálunum hjá MBF, at likamlig atkoma verður tikin í álvara. Her hugsi eg eisini um gamlar bygningar – tí er ikki altíð so nógv, sum skal til. Vit skulu fyrst og fremst venja okkum at hugsa, at sjálv­sagt skulu allir føroyingar hava sama møguleikan at koma inn og vera við. Áhugin fyri fylgjarakorti er stórur. Í dag hava 65 brúkarar fingið kort og kunnu njóta gott av fylgjara­ avtalunum. Eg vil fegin takka tykkum í Kommunufelagnum hjartaliga fyri væl­vild og vilja at gera avtaluna í dag til veru­leika. Við hesi avtalu kunnu enn fleiri føroyingar vera við og hetta er enn eitt stig á javnrættindaleiðini.


FYLGJARAKORT

Tað siga borgarstjórarnir Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu

Atkoma á dagsskránni Orð: Tórfinn Smith

– Tað er av stórum týdningi, at vit sum kommuna á hendan hátt stuðla sjónarmiðnum at øll tey, sum hava tørv á at hava fylgjara, ikki skulu gerast verri fyri fíggjarliga av teirri orsøk, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, og leggur afturat, at býráðið roynir at gera atkomumøguleikarnar fyri rørslutarnað so góðar sum gjørligt. Hann vísir m.a. á góðu atkomu­ møguleikarnar í sambandi við nýggja tænastudepilin við kunningarstovu og býarbókasavni, eins og tær góðu umstøðurnar og hentleikarnar við langhylin. Dennis Holm ásannar tó, at atkoma til fleiri av eldri bygningunum er ikki nøktandi, men hesi viðurskifti eru sett á dagsskrá, soleiðis at umstøðurnar gerast betri.

Mynd: Alan

Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu

Summardáin skal gerast heilur – Eg eri sera fegin um at hava fingið møguleika til at undirskriva eitt tílíkt skjal sum tað vit gjørdu í dag, sum er eitt greitt signal, at vit øll vilja, at góð atkoma verður fyri øll, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, sum minnist aftur á tá fyrrverandi forkvinnan í MBF, Leila Solmunde, sála, kannaði atkomuviðurskifti kring landið, og hvørs niðurstøða kom út í bóklingi. Forsíðan á bóklinginum var ein hálvur summardái, men málið hjá Leilu var, at tá vit øll høvdu gjørt okkara, verður summardáin fullfíggjaður, og tað vóni eg at so verður, sigur Rósa Samuelsen. Hon heldur, at Vága kommuna er rættiliga væl fyri í sambandi við atkomumøguleikar, men enn er eftir at bøta um møguleikarnar á umsitingarbygninginum hjá kommununi har m.a. lyfta skal setast upp. – Hetta er ikki bert eitt flott skjal, sum vit hava undirskrivað, men eitt gott amboð og krøv til kommunurnar at gera nakað munagott. Hetta snýr seg um borgarar, sum vit øll vilja hava hjá okkum, sigur Rósa Samuelsen.

Mynd: Alan

MBF

|

7


FYLGJARAKORT Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Broyta hugsunarhátt

Mynd: Alan

– Um tað enn er nakar kommunupolitikari ella annar borgari, sum enn ikki hevur sæð tað natúrliga og neyðuga í at øll hava rætt til atkomu, so rokni eg við at hetta skjalið, sum er undirskrivað í dag, fer at hjálpa væl til at broyta hugsanarhátt, sigur Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík. Hann sigur, at kommunan hevur hesi seinastu árini gjørt nógv fyri at bøta um viðurskiftini hjá rørslutarnaðum við m.a. lagaligari gongubreytarkantum og betri atkomu til handlar og stovnar. Kommunan tekur eisini tílík atlit í sambandi við nýbygging og umvæling. Eitt nú eru viðurskiftini í og kring svimjihøllina nú vorðin sera góð, og Námsfrøðiliga ráðgevingin er flutt í onnur høli, har atkomumøguleikarnir eru í lagi.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu

Hetta er so sjálvsagt – Eitt sera gott tiltak, og eg undrist ikki sørt yvir, at tað ikki er gjørt fyri langari tíð síðani, tí hetta er so sjálvsagt, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Borgarstjórin sigur, at tá ræður um nýggjaru bygningarnar, stendur væl til í sambandi við atkomu, og vísir á nýggja skúlan við Løkin, barnagarðar og nýggju fimleikahøllina Bylgjan, men verri er vorðið í eldri bygningum. Hesi seinru árini hevur kommunan tó lagt seg eftir at bøta um viðurskiftini har, og serliga tá aðrar ábøtur verða gjørdar hava tey altíð eisini atkomuviðurskiftini í huga. Borgarstjórin vísir á, at í Runavíkarøkinum eru rættiliga nógvir stovnar til fólk við serligum avbjóðingum, m.a. Rásin, verkstaðið Stíggjur eins og ymiskir bústovnar, so hesi fólk við serligum tørvi eru ein rættiliga natúrligur partur av býarmyndini, og tað hava tey verið mong ár. Mynd: Alan

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hugsaði ikki um tað

Mynd: Alan

8

| MBF

– Eg skal siga sum er, at eg hugsaði ikki um tað at tey, sum høvdu fyri neyðini at hava ein fylgjara við sær til ymisk tiltøk, rindaði tvífalt so nógv sum vit onnur. Ikki fyrr enn vit fingu ein fyrispurning um at sleppa undan at rinda dupult. Ja sjálvandi, – var nakað meira sjálvsagt enn tað, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum er fegin um tað skjal, sum allar 32 føroysku kommunurnar nú hava undirskrivað. Hann sigur, at hesin boðskapur fer nú út til allar kommunalar stovnar og øll tey, sum kommunan letur stuðul til, at nú er reglan galdandi, – eittans atgongumerkið! Borgarstjórin í høvuðsstaðnum heldur, at kommunan er rímiliga væl fyri tá ræður um atkomumøguleikar, sjálvt í fleiri hundrað ára gamla Reinsarínum, har lyfta er til allar hæddir, og har atkomuviðurskiftini enn ikki eru nøktandi, verður tað gjørt.


FYLGJARAKORT

ÍSF skal rúma øllum, sigur Petur Elias Petersen

Mynd: ÍSF

ÍSF fegnast um fylgjarakortið Petur Elias Petersen, ÍSF forseti, sigur, at nýggja skipanin tænir fleiri endamálum, og hann vónar og roknar við, at fylgjarakortið verður dúgliga brúkt. – Fari eg t.d. til ein handbóltsdyst, kann eg lættliga spáka mær upp á ovaru sitiplássini og hava gott útsýni til alt, meðan hin rørslutarnaði má síggja dystin í gólvhædd. Onku­ staðni eru rampur tó gjørdar, men yvir­høvur kundu viðurskiftini í so máta mangastaðni verið betri. Í fleiri svimjihallum eru viðurskiftini annars rættiliga góð, sigur Petur Elias Petersen, sum leggur aftrat, at atkomuviðurskifti hevur ÍSF ikki beinleiðis nakað við at gera. Tað er land og kommunur, sum taka sær av tí. – Og tó, – Vit royna altíð at fylgja við, tá nýggir vallir og nýggjar hallir verða

bygdar, at eitt nú atkomuviðurskiftini eru so góð sum gjørligt. Stendur landið fyri tílíkari byggiætlan, fáa vit altíð møguleika at siga okkara meining og koma við okkara við­ merkingum, men soleiðis er ikki altíð við kommunalum verkætlanum, sigur ÍSF forsetin, sum fegin vil nýta høvið, nú skipan er komin við fylgjarakorti, at minna avvarðandi myndugleikar á, at fylgjarakortið ikki bert er ætlað sum eitt gullrandað skjal, men eigur eisini at eggja øllum til at fáa atkomu­ viðurskifti í lagi.

MBF

|

Orð: Tórfinn Smith

– ÍSF skal rúma øllum. Tað er okkara hjartamál, og tí eru vit sera fegin um at vera við í skipanini við fylgjarakorti, soleiðis at tey, sum bera brek, ikki rinda meira enn vit onnur at koma til ítróttartiltøk. Hetta hevur vónandi eisini við sær, at fleiri fara at koma til okkara tiltøk, sum fevna um allan føroyskan ítrótt, sigur Petur Elias Petersen. Spurdur um hvussu atkomu­viður­ skiftini hjá eitt nú teimum rørslu­ tarnaðu eru, sigur ÍSF forsetin, at tá tað snýr seg um uttandura vallir, eru umstøðurnar góðar, men sama kann ikki sigast um umstøðurnar í fleiri hallum.

9


FYLGJARAKORT

Eitt gott kort í hondini

Orð og myndir: Tórfinn Smith

– og tað fari eg dúgliga at brúka, sigur Jógvan Telling úr Havn, sum er ein teirra, sum hevur fingið fylgjarakort

Jógvani Telling dámar stak væl at ferðast. Ikki minst til sólríkar strendur. Tað er gott fyri bæði likam og sál, sigur hann, men ein trupulleiki hevur verið, at hann altíð hevur verið noyddur at hava fylgjara við. Tað hevur verið kostnaðarmikið, tí fylgjarin hevur goldið ferðaseðil eins og Jógvan sjálvur. Men nú er øðrvísi. Eftir at tað eydnaðist MBF at fáa avtalu í lag við allar almennar, eins og fleiri privatar stovnar um ókeypis ferðing fyri fylgjara, gerst alt munandi lættari, og tað fegnast Jógvan stórliga um.

10

| MBF

Herfyri gekk leiðin til Suðuroyar við Smyrli, og nú sleppur fylgjari við uttan at gjalda


FYLGJARAKORT

Á ársfundinum hjá Kommunufelagnum skrivaðu borgarstjórarnir undir fylgjaraskipan við MBF. Mynd: Alan

Tey fyrstu, sum fingu fylgjarakort.

MBF

|

11


PARKERINGSKORT

Nýggj parkering­s­kort við ES sniði Fyrsta mars í ár fóru gomlu avlamis­ skeltini úr gildi, og vóru tey avloyst av nýggjum parkerings­kortum. Stóri munurin er, at parkerings­ kortini hava ES snið og kunnu brúk­ ast uttanlands eisini. Á nýggja

parkerings­k ortinum er mynd og undir­skrift handhavarans. Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum gevur kortið út fyri Akstovuna. Umsókn um parkeringskort skal

fyllast út á serligum skjali, ið fæst við at venda sær til MBF á annaðhvørt www.mbf.fo ella á skrivstovuni á Íslandsvegi 10c í Tórshavn.

Parkeringskortini brúkast í útlondum eisini Ingolf Klein Olsen úr Hósvík hevur rætt til at brúka parkeringsplássini, sum eru ætlað til fólk, sum bera brek. Hann hevur, eins og onnur í líknandi støðu, havt eitt føroyskt parkeringskort, sum hevur givið honum henda rættin, men hesi eru ikki galdandi longur og hava als ikki verið galdandi uttan fyri landoddarnar. Nú er nýggj skipan galdandi, so at góðkenda parkeringskortið við ES sniði eisini kann brúkast í útlondum. Ingolf sigur, at hóast hann ikki hevur ferðast nógv uttanlands, so kemur tað meira enn so fyri, og tá kemur nýggja kortið sera væl við.

12

| MBF

Tey fyrstu sum fingu parkeringskort

Ingolf Klein Olsen fegnast um nýggja parkeringskortið, men harmast um, at ikki øll virða frámerktu parkeringsplássini, sum eru ætlað fólki, sum bera brek.


SERBREYT

Serbreyt – ein nýggj breyt afturat teimum vanligu miðnámsskúlabreytunum, sum teir flestu, og helst allir miðnámsskúlar, skulu bjóða næmingum við serligum tørvi.

Ein serbreyt

Mest ítøkiliga nýbrotið í hesi skipan er, at miðnámsskúlaskipanin, sum í dag er býtt upp í seks breytir, fær eina nýggja breyt afturat. Nýggja breytin skal skipast á flestu – helst øllum – verandi miðnámsskúlum, sum skulu hava eina upp til fýra ára serbreyt, har næmingar í miðnámsskúlaaldri , sum er 16 – 25 ár, koma. Serbreytin er eyðkend av, at hon ikki hevur vanligu upptøkukrøvini og ikki miðar

eftir próvnum. Undirvísingin byggir á námsætlan, sum er gjørd til einstaka næmingin, og sum leggur dent á at duga at klára seg í dagliga lívinum, at læra okkurt bókmentaligt ella listaligt, teldunýtslu, handaligt arbeiði, eitt nú at hjálpa til í køki ella at arbeiða í handli.

Egnaði høli

Nýggja skipanin setir eisini rættiliga stór krøv á ymiskum økjum. Eitt nú til høli. Arbeiðsbólkurin leggur stóran dent á, at serbreytin fær egnaði høli, og at tikin verður hædd fyri tí m.a. í sambandi við tær útbyggingar, sum í løtuni eru í gongd,- á Kambsdali, á Tekniska skúla í Klaksvík og í Marknagilsdeplinum og harnæst í øllum komandi byggiætlanum.

Krøv til fólkaskúlan

Á onkran hátt byggir undirvísingin í miðnámi á teir førleikar, sum næmingurin hevur víst í fólka­ skúlanum, og tí setur hetta ávís krøv til fólkaskúlan, har næmingurin hevur gingið. Tí er umráðandi, at fólkaskúlin ger eina neyva lýsing av førleikum, møgu­ l eikum og avbjóðingum hjá næminginum. Hetta má vera so ítøkiligt, at miðnámsskúln veit, hvussu næmingurin, sum byrjar á mið­námi, er fyri sum heilt menniskja, og út frá hesum kann gera ítøkiliga einstaklingaætlan.

Øðrvísi prógv

Hóast nýggja miðnámsskúlatilboðið ikki endiliga merkir eitt students- ella

annað prógv í vanligari merking, so hevur tað stóran týdning, at skúlagongdin hjá næningunum hevur eitt veruligt innihald, og er førleikamennandi og gevandi. Tí verður eisini mælt til, at hvør einstaklur næmingur fær prógv sum sigur, hvørjar førleikar hann hevur. Hetta prógv er eftir eini serligari skipan sum skjalprógvar allar førleikar, sama um teir eru fingnir innanfyri ella uttanfyri skúlagátt. Skipanin kann skjalprógva førleikar á øllum stigum, og verður viðurkend bæði í vinnulívi og á útbúgvingarøkinum.

Fjølbroyttur starvsfólkahópur

Skipanin við nýggju serbreytini er eisini ein stór avbjóðing til teirra, sum skulu vera um hesar næmingar. Tørvur er á fjølbroyttum starvsfólkihópi, mið­n áms­s kúla­ lærarum, fólkaskúlalærarum, námsfrøðingum, heilsufrøðingum, fysio- og ergoterapeutum og heilsuhjálparum umframt starvsfólki við yrkisligum førleikum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at starvsfólkini arbeiða í toymi. Dentur verður lagdur á, at serkunnleiki á økinum er týðandi fyritreyt fyri at tryggja fakliga dygd í arbeiðinum, sum er øðrvísi enn undirvísing á normaløkinum. Hesir starvsfólkaførleikar skulu javnan dagførast, og tí er tørvur á út- og eftirútbúgving í sernámsfrøði, og mælt verður til at seta slíka eftirútbúgving á stovn á Námsvísindadeildini.

MBF

|

Orð: Tórfinn Smith

Leingi hevur stórur tørvur verið á skúlatilboðum til ung við serligum tørvi, men nú hevur landsstýrið veruliga sett skjøtil á eina ítøkiliga verkætlan við støði í einum tilmæli, sum ein arbeiðsbólkur herfyri handaði Bjørn Kalsø, landsstýrismanni við undirvísingarmálum og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu við almannamálum. Skúlatilboðini skulu sam­skipast við stuðulsfyriskipanum, sum næmingar hava tørv á eftir skúlatíð, og tí verður lagt upp til neyvt samstarv millum Mentamálaráðið og Almannamálaráðið. Tilmælið leggur upp til, at ein skipað tilgongd skal setast í verk frá komandi skúlaárið, soleiðis at umleið 120 næmingar, við serligum tørvi, koma at ganga á serliga skipaðum miðnámsskúlatilboðum um fýra ár, tá ið skipanin er fult útbygd. Í ST-sáttmálanum um rættindi hjá teimum, ið bera brek, verður lagt upp til eina inkluderandi skúlaskipan, og tí verður serliga skipaða miðnámið á vanligu miðnámsskúlunum.

Álitið verður handað landsstýrisfólkunum

13


SERBREYT

Tilboð eftir skúlatíð

Eftir ætlanini er skúlatíðin frá morgni til miðdags, og tí er eisini umráðandi at bjóða teimum, sum nýta skipanina, stuðuls- og frítíðartilboð til tey heimabúgvandi, og bútilboð til teirra, sum hava tørv á tí, og til tess má peningur játtast.

Stórur tørvur

Almannaverkið og Sernám hava kannað hvussu stórur tørvur er á at

skipa eitt serligt miðnámsskúlatilboð fyri fólk við serligum tørvi. Kanningin vísir, at 103 fólk í aldrinum 16 til 25 ár hava einki skipað skúlatilboð. Størsti einstaki bólkurin eru ung við menningartarni,- 48 í tali. Av teimum búgva 30 í Streymoynni og 12 í Eysturoynni. Næststørsti bólkurin, 33 fólk, eru ung innan autismuøkið. Av teimum búgva 21 í Streymoynni og 5 í Eysturoynni. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum

er, at stórur tørvur er á tílíkum tilboðum, og í løtuni er tørvurin óvanliga stórur, tí tilboðini hava higartil verið ógvuliga avmarkað. Tey rokna við, at árliga fara umleið 25 – 30 ung framvegis av hava tørv á serliga skipaðum tilboðum, og at hesin tørvur er størstur í Suðurstreymoy og Eysturoynni, og tí eiga eisini hesi øki at verða raðfest fremst. Seinri eiga onnur øki í landinum eisini at koma við.

Herleif Hammer, rektari í Hoydølum:

Væl eydnað royndartíð – men ikki uttan avbjóðingar Fyri tveimum árum síðani fór Studentaskúlin í Hoydølum undir eina royndarverkætlan í sam­starvi við Mentamálaráðið, Ung­d óms­ psykiatriina og Sernám. Talan var um eitt skúlatilboð ætlað næmingum við Asperger ella Autismu, sum frammanundan ikki høvdu nakað skúla­tilboð. Hetta eru næmingar, sum høvdu fakligar førleikar og sum tí vóru skikkaðir til at taka lut í tílíkari undir­vísing, sum skuldi geva teimum eitt miðnámsprógv, ájavnt við eitt vanliga miðnámsprógv. Herleif Hammer, rektari, sum tá var vararektari, og sum var við í til­

14

| MBF

gongdini, greiðir frá, at hetta var heilt nýtt fyri tey, og við tí ein serlig av­bjóðing. Tey fóru tí til Íslands og Danmarkar at kunna seg um hvussu tey har hava skipað tílík skúlatilboð. Serliga tóku tey royndirnar hjá Høje Tåstrup Gymnasium í Danmark til sín, sum tey síðani eisini hava havt eitt neyvt samstarv við við. N ý g g j u r f l o k k u r Rekt­­arin sigur, at hóast av­­bjóð­ing­ in hevur verið stór, so hava hesi bæði árini hilnast so mikið væl, at tey nú eftir summar­frítíðina, aftur fara at taka ein tílíkan flokk inn. Av roynd­unum, tey nú hava havt hesi

tvey árini, hevur skúlin nú avgjørt at toyggja skúlatíðina úr trimum og upp í fýra ár. Hetta kemst av, at næm­ingarnir hava rættiliga stórar av­bjóðingar, serliga við skrivliga partinum, at teir hava brúk fyri meira tíð, – eisini til annað enn bert vanliga fak­liga undirvísing. Tað er eisini munur á hvussu danskir og føroyskir næm­ingar eru fyri, tá teir koma í miðnámsskúla. Danskir næmingar fáa frá heilt ungum árum staðfest um teir hava ein serligan tørv, og eru tí í eini skipan í mong ár, áðrenn teir koma á miðnámsskúla. Soleiðis er ikki við føroysku næmingunum,


SERBREYT

og hava teir ikki fingið tann sosiala stuðul sum mangan er tørvur á. Avbjóðingin hjá hesum næmingum er tískil tað størri. Nú stuðlar eitt toymi frá Almannaverkinum hesar næmingar, sum kemur næmingunum sera væl við, sigur Herleif Hammer. Í tilmælinum frá arbeiðsbólkinum verður m.a. víst á, at størsti tørvurin á at skipa miðnámsskúlatilboð til ung við serligum tørvi, er í Streymoynni og Eysturoynni, men miðast eigur eisini at verða ímóti at skipa tilboð aðrastaðni. Herleif Hammer sigur, at í hvussu er í fyrstu atløgu er tað nøktandi, sum Mentamálaráðið hevur lagt upp til, at hesi serligu tilboð eru á trimum støðum í landinum. Í Hoydølum við verandi skúlatilboðum, á Kambsdali, har næingarnir fáa prógv, sum vísir teirra førleikar, og Rásin, sum er fyri menningartarnað. Lærarar stóran áhuga At nýggja tilboðið í Hoydølum gav lærarunum nýggjar og stórar av­bjóðigar var greitt, og hesum av­bjóð­ingum høvdu lærararnir stóran áhuga at royna. Fleiri teirra sóu eisini hetta sum ein møguleika at menna

15

| MBF

seg á pedagogiska økinum. Hesin áhugi sæst eisini aftur í, at lærarar, sum hava verið um hendan flokk, eisini hava hug at halda fram við einum nýggjum flokki, sigur rektarin. At hýsa tí nógv vaksandi tali av næm­ingum, gav skúlanum eisini ser­ ligar avbjóðingar, og tí varð neyðugt at útvega høli aðrastaðni í býnum um­framt at onkrar nýggjar lonir vórðu fingnar til vega á skúlaøkinum. Frálíkt tilmæli, men … – Æt­lan­ir­ nar í tilmælinum eru sera góðar, og teimum taki eg fult og heilt undir við. Eg haldi tað vera ein sorgarleikur, at familjur eru noyddar at flyta av landinum orsakað av tørvandi undirvísingartilboðum, og tí er tað stórt framstig at vit hava tilboð sum kunnu hjálpa hesum næmingum víðari í lívunum. Harafturat tykist sum tað er politiskur vilji at játta nóg mikið av pengum at seta hesi tiltøk í verk, sigur Herleif Hammer, men hann ásannar tó, at her er eisini eitt men … – Lat okkum tó ikki gloyma tað stóra tal av næmingum, sum frammanundan eru her á skúlanum, og sum hava trupulleikar. Teimum

hava vit, sum er, ikki nóg nógva orku at veita ta hjálp, teimum tørva, sigur rektarin, sum minnir á, at næm­ing­ atalið er ovurhonds størri enn fyri fáum árum síðani, og tí er sosiala og fakliga breiddin heilt øðrvísi í dag. Tí eru eisini nógv fleiri næmingar, sum tørva hjálp. – Tað er ikki nóg mikið bert at geva hesum næmingum møguleika at koma inn um skúlagátt, sum ivaleyst nógvir politikarar halda. Nógvir teirra hava tørv á onkrari hjálp. m.a. eitt øki, sum vit í fjør varpaðu nógv ljós á eru tey orðblindu, talblindu og tey sum annars hava lesi- og skrivitrupulleikar. Hesi hava ikki fingið nakra beinleiðis diagnosu, men eru mong í tali her á skúlanum, og hetta verður ikki tikið við nóg stórum álvara. Tey orðblindu eru um alt landið, – millum 5 og 10 prosent í hvørjum einasta skúla hava tørv á hjálp, sum vit heldur ikki hava lærarakreftur til, sigur Herleif Hammer sum heldur, at eitt álit um tey átti eisini at verið gjørt.

Orð og mynd: Tórfinn Smith

– Ætlanirnar í tilmælinum eru sera góðar, og teimum taki eg fult og heilt undir við, men lat okkum tó ikki gloyma tað stóra tal av næmingum, sum frammanundan eru her á skúlanum, og sum hava trupulleikar. Teimum hava vit, sum er, ikki nóg nógva orku at veita ta hjálp, teimum tørva, sigur rektarin á Studentaskúlanum í Hoydølum.


SERBREYT

Førleikaprógv gevur:

Betri møguleikar at fáa arbeiði

Tað er av alstórum týdningi, at vanligi miðnámsskúlin eisini hýsir næmingum við serligum avbjóðingum, og tað er at fegnast um, at vit kunnu veita hesum næmingum tilboð á miðnámsskúlastigi, siga Páll Isholm, rektari og Óli Wolles, umsitingarleiðari, á Studentaskúlanum á Kambsdali.

– Sjálvandi eigur rúmd eisini at vera fyri næmingum við serligum avbjóðingum á okkara skúla, sigur Páll Isholm, rektari á Studentaskúlanum og HFskeiðnum á Kambsdali, sum gleðir seg til at taka ímóti hesum næmingum eftir summarfrítíðina. Orð og mynd: Tórfinn Smith

Tá skúlaárið byrjar aftur á Kambs­ dali eftir summarfrítíðina, verður ein flokkur við næmingum við serligum tørvi at teljast millum næmingar skúlans. Hetta er júst í tráð við eitt tilmæli frá einum arbeiðsbólki, sum Mentamálaráðið og Almannaráðið settu í fjør, og sum m.a. vísti á tørvandi skúlatilboð til hesar næmingar, eins og tað er í tráð við ST- sáttmálan um rættin hjá einstaklingum, ið bera brek. Vísandi til ST-sáttmálan mælti arbeiðsbólkurin til at bjóða útbúgvingartilboð til teir næmingar, sum ikki megna at nema sær vanligu útbúgvingarnar. Hetta tók leiðslan á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali til eftirtekar og gjørdi av at fara undir eitt royndarár við einum flokki.

Serlærarar

Eftir at skúlin lýsti við hesum nýggja undirvísingartilboði komu inn 16

16

| MBF

umsóknir, men ikki øll sleppa upp í part hesaferð. Flestu umsóknirnar komu úr Norðoyggjum, Eysturoynni og norðara parti av Streymoynni. Páll Isholm sigur, at hetta er so nýtt fyri tey, og tí vilja tey heldur sleppa at byrja í smáum, helst við átta næmingum. Tá tey hava gjørt av, hvørjir næmingarnir verða, sum koma á skúlan, verður gjørt av, hvørjir lærarar skulu vera um næmingarnar, alt eftir hvørjum serlærarum brúk verður fyri. Rektarin sigur, at tað er heldur ikki óhugsandi, at onkur námsfrøðingur verður teirra millum, og óhugsandi er heldur ikki, at onkur næmingur hevur tørv á eitt nú sjúkrarøktarfrøðingi, fysioterapeuti ella aðrari serligari hjálp. Ein fjølbroyttari starvsfólkahópur við øðrvísi serkunnleika enn vit kenna á miðnámsskúlanum, kann eisini koma at gagna teimum næmingum og starvsfólkum, sum eru á skúlanum í dag, sigur Páll Isholm, rektari.

Eitt øðrvísi prógv

Hesir næmingar megna ikki at fáa eitt vanligt miðnámsskúlaprógv, men eitt sokallað OCN-prógv. Óli Wolles, umsitingarleiðari á skúlanum greiðir frá, at talan verður ikki um eitt ávíst prógv, men heldur er talan um ein arbeiðs­hátt til at skjalprógva tann førleika, næmingurin hevur ognað sær, og tað kann vera innan sera mong øki. Hetta prógvið verður nýtt í nógvum skúlum, sum hava næmingar við serligum tørvi, umframt at verða brúkt sum førleikameting í samfelagnum annars. – Næmingarnir eru ógvuliga ymiskir, bæði tá ræður um førleikastøði, og hvat teir hava størstan áhuga fyri, og tí verður undirvísingin lagað til hvønn einstaka næmingin. Leisturin er, – hvat hevur næmingurin brúk fyri at læra, soleiðis at hann á onkran hátt kann klára seg á einum arbeiðsplássi.


SERBREYT

Eftir hesum verða ávís krøv sett, og undirvísingin lagað hareftir. Eftir teimum fýra skúlaárunum, stendur hvør næmingur við sínum prógvi, sum greitt sigur, hvat hann megnar. Fer hann tá at søkja sær arbeiði, sær arbeiðsgevarin, hvat umsøkjarin megnar, og á hvørjum støði hann er á, tí umframt at prógvið nágreinar, hvørjari vinnugrein viðkomandi stendur seg best í, verður eisini viðmerkt, hvørjum føreikastigið hann er á, – annaðhvørt at hann veit hvat gongur fyri seg á arbeiðsplássinum, dugir at arbeiða, men má hava ávísa

hjálp ella, í triðja lagi, at hann er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, greiðir Óli Wolles frá. Tað er eisini møguligt, at onkur av næmingunum er so mikið væl fyri, at hann megnar at taka onkra einstaka lærugrein saman við næmingunum í vanliga miðnámsskúlanum, og tí er eisini møguleiki fyri.

Fleiri skúlatilboð

Tørvurin á skúlatilboðum til ung við serligum avbjóðingum er rættiliga stórur. Serliga í Streymoynni og Eysturoynni, og tí mælir arbeiðs­

bólkurin í sínum tilmæli til, at fáa í lag tilboð í hesum økjum, men seinri eisini aðrastaðni í landinum. Tað halda bæði rektarin og um­s itingar­leiðarin eigur at bera til, væl at merkja um politiskur vilji er til staðar og fígging fæst. Teir vísa á, at skúlin á Kambsdali er ein bókligur skúli, og eitt nú í Klaksvík er Tekniskur skúli eins og kokkaskúli, so har hevði borið væl til at havt næmingar í onkrari vinnuligari læru.

Myndir frá ferðini í Íslandi og Danmark, har bólkurin, sum skrivaðu tilmælið, var og vitjaði ymiskar miðnámsskúlar

MBF

|

17


HOYRIBREK

Jákup gjørdist hoyritarnaður 15 ára gamal – Ivaleyst av heimagjørdum fýrverki, sum var tann stóri sporturin um nýggjársleiti, tá ráddi um at gera hvøllasta brestin Orð og mynd: Tórfinn Smith

– Sjálvur hugsaði eg ikki nógv um tað, men ivaleyst hevur tað verið mamma mín, sum hevur verið varðug við støðuna. Hon kendi Ditlev Olsen, sum var stjóri á Skúlanum á Trøðni, og fingið hann at fáa meg kannaðan soleiðis at eg fekk staðfest, at eg var hoyritarnaður, greiðir Jákup Danielsen frá. Hann heldur, at helst hevur orsøkin verið hvøllir brestir av heimagjørdum fýrverki, sum hava skatt oyruni, tí júst hetta, at fáast við heimagjørt fýrverk, var ógvuliga vanligt, og hansara partur lá ikki eftir í so máta. Eftir at hoyribrek varð staðfest, fekk Jákup hoyritól, og hevur brúkt tað, meira ella minni, síðani. – Eg skal ikki siga at eg royndi at avnoktað hesa staðfesting, men helt tó avgjørt ikki, at hetta var nakað at reypa við. Øðrvísi var við teimum sum bóru brillur, – tað var meira natúrligt og góðtikið, men man gekk avgjørt ikki og veipaði við einum hoyritóli. Tey vóru heldur ikki sum tey eru í dag, nú ein neyvan leggur tey til merkis, sigur Jákup.

18

| MBF

Brúka hoyritólið alla tíðina

– Hoyritólið brúki eg serliga til fundir, soleiðis at eg fái alt við sum sagt verður, men eri eg saman við nógvum fólkum í nógvum larmi, ber ikki til. Tá fái eg ikki brúkt hoyritólið, tí tá verður alt køvt i óljóði. Hetta kemst av,at eg ikki alla tíðina brúki hoyritólið. Gjørdi eg tað, hevði eg verið førur fyri at sortera óneyðuga ljóðið frá. Tí eru góðu ráðini til tey sum brúka hoyritól, – brúkið tað alla tíðina, sigur Jákup, sum eisini dámar væl at syngja, og við tí eru eisini avbjóðingar, nýtir tú hoyritól. Tað eru tey sum hoyra seg sjálvan illa, og tosa tí rættiliga hart, og so eru onnur, sum Jákup, sum hoyra seg sjálvan væl, og tosa tí spakuliga. Hetta ger at hann fær ikki sungið so hart sum hann fegin vildi.

Viðhvørt giti eg skeivt

Tað er rættiliga ymist hvussu fólk bera seg at, eftir at tey hava fingið staðfest hoyribrek. Tað eru tey sum hava lyndi til at halda seg mest fyri seg sjálvan og hava ilt við at luttaka í tiltøkum saman við øðrum, men Jákup heldur, at tey flestu læra við

tíðini. Hóast ein ikki hoyrir alt sum sagt verður, so hjálpir væl at lesa kroppsmálið, men tí kann ein eisini verða lumpaður av. Verður tosað um okkurt álvarsmál og flennur samstundis, kann tað lætt misskiljast, sigur Jákup sum ásannar, at tað er meira enn so komið fyri hjá honum, at hann hevur ikki fingið alt við, og tí misskilt tað sum tosað varð um. Noyddist at gita men gitt skeivt, – tá kann man koma eitt sindur lort í býin …

Tørvandi teksting

Sum nevndarlimur í Felagnum fyri Hoyribrekað varð Jákup fyri nøkrum árum síðani boðin til Íslands, har hann, á fundi í íslendska felagnum, skuldi greiða frá um teksting í føroyska sjónvarpinum. – Í so máta hevði eg lítið at reypa av. Tvær føroyskar sendingar tekstaðar um árið. Løgmansrøðan á ólavsøku og nýggjársrøða løgmans, men nú eru tíbetur komnar nakrar afturat, og tað er at fegnast almikið um. Tað er ein frægd at síggja danskar tíðindasendingar, sum allar eru tekstaðar, so bert er at vóna at


HOYRIBREK Jákup Danilelsen er 55 ára gamal og arbeiðir sum grannskoðari hjá Landsgrannskoðaranum. Mest kendur mann hann vera frá starvinum sum formaður í Starvsmannafelagnum. Jákup fekk staðfest hoyritarn 15 ára gamal

vit fáa fleiri føroyskar sendingar tekstaðar. Tað hevði eisini komið øðrum enn hoyritarnaðum væl við, heldur Jákup.

Betri umstøður á almennum støðum

Hoyritarnað hava, eins og øll onnur, hug at luttaka í ymiskum tiltøkum, tað verið seg samkomun, fundum o.ø., men mangastaðni fáa tey lítið burturúr, tí ljóðviðurskiftini eru so vánalig. Jákup vísir á nakrar høvuðstrupulleikar: Í fleiri nýbygningum eru ljóð­ viður­skiftini góð, men sama kann ikki sigast um viðurskiftini í alt ov mongum eldri bygningum, har at kalla nyttuleyst er, hjá hoyritarnaðum at koma. Av tekniskum amboðum eru telesleingir lagdar í fleiri kirkjum og samkomuhúsum, men enn manglar nógva staðni. Hesi tól eru til stórt gagn hjá mongum, men so eru tað eisini tey, har hvørki telesleingir ella hoytalarar hjálpa. At hjálpa hoyritarnaðum fólkum hava tey aðrastaðni skipan við skrivitulkum og teknmálstulking til tey, sum eru deyv. Jákup sigur, at vit hava

eina vælvirkandi teknmálstænastu, men viðvíkjandi skrivitulking er lítið og einki hent, men nú hómast ein glotti, tí á fíggjarlógini fyri í ár eru játtaðir fleiri pengar til teknmálstulkingartænastuna, sum skulu brúkast til skrivitulking, nú hesar báðar tænasturnar eru lagdar saman. Avgjørt eitt stórt framstig, sigur Jákup, sum heldur, at skelting yvirhøvur er alt ov vánalig, og tað er ikki bert fyri tey sum bera eitthvørt brek, men okkum øll, – ikki minst fremmandafólk.

Alsamt yngri

Heimsheilsustovnurin WHO hevur roknað út, at í ár verða væntandi 16 prosent av heimsins íbúgvum raktir av hoyritarni. Orsakað av vantandi hagtølum vita vit ikki júst hvussu vorðið er í Føroyum, men ikki er óhugsandi, at vit liggja á somu leið. WHO sigur, at 1/3 av teimum hoyritarnaðu eru farin um pensiónsaldur, og hinir báðir triðingarnir eru fólk í skúla- og vinnuførum aldri. At alt fleiri yngri fólk gerast hoyritarnað hevur fingið Felagið fyri Hoyribrekað at varpa serligt ljós

á fyribyrging, – at royna at gera vart við viðurskifti fyri at sleppa undan hoyribreki. Jákup sigur, at her er nógv at taka atlit til, eitt nú at geva vandanum gætur í sambandi við tónleikaframførslur. Áhaldandi harður tónleikur skaðar hoyrnina, og tí var vert at umhugsa at seta reglur fyri, hvussu harður tónleikurin kann vera. Harafturat eiga vit at ansa eftir teimum hentleikum vit hava í dag og sum lættliga kunnu skaða oyruni. – Vit síggja í dag hópin av fólki sum ganga og renna úti í náttúruni, og tað er bara gott, men mong teirra hava oyrasnigil við tónleiki. Uttandura kann vera nógvur gangur, og so verður snarað upp fyri styrkini, og tað kann skaða í longdini. Nógv verður gjørt fyri at bøta um ringu avleiðingarnar av m.ø. larmandi arbeiðstólum, men tá tað kemur til nýggjastu hentleikarnar verður ikki hugsað so nógv um hoyrnina, og tí royna vit at minna fólk á, at tey mugu ansa sær, so tey ikki fáa mein av púra óneyðugum orsøkum, sigur Jákup Danielsen.

MBF

|

19


DR OG ATKOMA

DRs ambition for tilgængelighed:

Alle skal kunne ‚Få det hele med‛

800.000 danskere har nedsat hørelse. 4.000 er døve. 50.000 er blinde eller næsten blinde. 300.000 ser så dårligt, at undertekster på tv er svære at tyde, og 600.000 kan nok se, men ikke læse underteksterne, deres læsefærdigheder slår ikke til. DR er også deres, og selv om ambitionen om, at alle skal kunne ’få det hele med’ måske aldrig nås, så er den god at have. I historier og sange fra gamle dage optræder der ofte en ’gammelmor’, som ser forsagt derud, eller en bedstefar, der får avisen læst højt, mens han skutter sig i kakkelovnskrogen. Det var et stille liv, der ventede dem, der ikke længere var fuldt funktionsdygtige, og forventningerne blev sikkert skruet ned til et minimum. I dag vil mennesker med funktionsnedsættelser ung som gammel – tage del i samfundslivet og med til det hører at kunne få udbytte af medietilbud. For DR ligger arbejdet med tilgængelighed i naturlig forlængelse af de helt centrale formål med, at vi overhovedet findes: „DR er sat i verden for at skabe og formidle kultur og journalistik til hele befolkningen“, lyder de første ord i vores virksomhedstrategi. Ord, som forpligter – også til at sikre, at alle kan få det hele med.

20

| MBF

Mange årsager – samme forhindring

DRs tilgængelighedsarbejde skal gøre det nemmere for mennesker, der har svært ved at høre, se, læse eller forstå, og det kan man have af mange forskellige grunde. Hvis man fx ikke kan høre, hvad de siger på tv, er det måske fordi man lider af tinnitus efter en arbejdsskade, eller fordi man har en medfødt hørenedsættelse, eller fordi man er ved at blive gammel. Eller måske er det, fordi naboerne larmer, eller babyen skal sove, så tv’et må skrues ned. Årsagen er sådan set ligegyldig, det er selve forhindringen, der er det centrale, for den kan vi som medieinstitution hjælpe folk med at komme over. Vi kan gøre det ved at forbedre selve grundproduktet – altså gøre talen tydeligere, og vi kan gøre det ved at tilbyde det talte på

en anden måde – som undertekster eller som tegnsprogstolkning.

Hva’be’har

I disse år er DR i gang med en kæmpe indsats for at forbedre netop lyden på tv. Det handler om at øge taleforståeligheden. Det gør man ved at tænke over hvert eneste led i den proces, der ligger bag en tv-produktion. Undgår unødig støj under optagelse, vælger den rette mikrofon til lejligheden, anbringer mikrofonen, så den gør bedst gavn, passer på niveauerne for baggrundslyd og underlægningsmusik, når man redigerer osv. osv. Det lyder måske nemt, men det er et kæmpe stykke arbejde at sikre, at hver eneste medarbejder, som spiller den mindste rolle for tv-lyden, ved nøjagtig, hvad der er det klogeste at gøre i enhver situation.


DR OG ATKOMA Heidi Sivebæk er atkomustjóri hjá Danmarks Radio. Á altjóða brekdegnum 3. desember helt hon, eftir áheitan frá MBF, fyrilestur í Norðurlandahúsinum um hvat DR ger fyri at flest møgulig fólk hava atgongd til tað, DR sendir. Her er grein hennara um atkomumøguleikar innnan DR.

Mynd: Agnete Schlichtskrull

DRs direktion har netop besluttet en lydpolitik, som skal gøre livet nemmere for folk, der hører dårligt. Og for alle andre! God lyd er nemlig til gavn for alle og til skade for ingen. Nu forestår arbejdet med at udbrede kendskabet til politikken og uddanne medarbejderne, derefter håber vi, at mange flere kan høre, hvad der bliver sagt, uanset om vi sender drama, nyheder, reportager eller naturprogrammer. Men uanset hvor høre-venlig en tv-lyd, vi laver, vil der altid være nogen, det ikke er nok for. Enten fordi hørelsen er meget dårlig, eller fordi omstændighederne omkring tv-kigningen gør det svært. Og det er her, de andre redskaber i værktøjskassen skal i brug – hjælpetjenesterne, i denne sammenhæng undertekster eller tegnsprogstolkning.

Mange slags hjælp

Som det er med lyden, er det med billedet. Punkt 1 i tilgængelighedsarbejdet handler om at gøre sig umage med grundproduktet, så flere kan få det hele med. Punkt 2 om at tilbyde hjælpetjenester, så endnu flere kan være med.

DR har i dag fem hjælpetjenester: Undertekster, tegnsprogstolkning, synstolkning, oplæste undertekster samt ’Ligetil’ – et subsite på dr.dk, hvor dagens væsentlige nyheder præsenteres i en udgave, der er lettere at læse end almindelige nyhedssites. Tjenesterne er bestemt ikke lige omfattende. De afspejler i nogen grad, hvad man kan kalde ’mest til flest’. Altså, hvordan hjælper vi flest mennesker med de penge vi har. Men ikke helt, for selv om der kun er 4.000 døve tegnsprogsbrugere i Danmark, så må der nødvendigvis vises respekt for deres hovedsprog, og DR tilbyder sammen med TV2 et udvalg af nyheds- og aktualitetsprogrammer på Tegnsprogskanalen.

Ny teknologien arbejder med

„Skæres for den sorte stær, skal de øjne mange, døve øren fjern og nær, høre frydesange“, står der i salmen Blomstre som en rosengård, og det er blevet til den rene skinbarlige sandhed. I dag bevarer mange ældre en stor del af synet hele livet, grå stær operationer regnes som banaliteter, der klares i et snuptag – gammel linse suges ud, ny sættes ind og vupti synet er

tilbage. Døvfødte børn får hørelse med Cochlears Implant, og i det hele taget har den teknologiske udvikling forrygende megen fart på og hjælper mange til – også i mediesammenhæng – at kunne klare sig uden assistance. Men der er lang vej til en overflødiggørelse af tilgængelighedsarbejdet. Heldigvis skaber ny teknologi også nye muligheder her, og spillerne på området bliver flere og flere. Hvem ville for få år siden have forestillet sig, at en smart phone skulle blive et vigtigt redskab for en blind, eller at høreapparat og tv kunne arbejde sammen. DR spiller som public service medie en vigtig rolle for demokratiet. Vi har et medansvar for at borgerne er klædt på til at tage stilling og til at deltage. DR er også vigtig for kulturlivet – vi skal både skabe og formidle. Ingen af opgaverne kan løftes tilfredsstillende, hvis vi formidler på en måde, som er uanvendelig for en stor del af befolkningen. Derfor tager vi arbejdet med tilgængelighed så alvorligt – også selv om vi som Sisyfos ved, at vi aldrig bliver færdige.

MBF

|

21


DR OG ATKOMA

Mynd: Tórfinn Smith

DRs 5 tilgængelighedstjenester: [=] Undertekster DR tilbyder undertekster til langt de fleste programmer. Nogle seere kan ved hjælp af fjernbetjeningen vælge underteksterne til, øvrige sætter dem på ved hjælp af tekst-tv. Undertekster til forproducerede programmer ligner dem, man kender fra tekstning af fremmedsprog, mens undertekster til live-programmer ser helt anderledes ud. Det er en slags simultantolkning, og teksterne „ruller“ ind på skærmen efterhånden, som de er færdige.

[<] Tegnsprogstolkning Tegnsprogskanalen sender alle dage kl. 17–21. Her tilbydes nyheds- og aktualitetsprogrammer fra DR og TV2, samt et udvalg af dokumentarprogrammer fra DR. En tegnsprogstolk står forrest i billedet og „oversætter“, hvad der bliver sagt.

[O] Oplæste undertekster DR1, DR2 og DR3 har hver en tvillingekanal – DR1Syn, DR2Syn og DR3Syn. Disse kanaler sender præcis de samme programmer som deres søster, men de har et ekstra lydspor, og her går en talerobot i gang, når der tales fremmedsprog. Den læser

22

| MBF

underteksterne op, som en hjælp til dem, der har svært ved at se eller læse.

[··] Synstolkning Synstolkning er en ekstra fortæller-stemme, der forklarer, hvad der sker på programmets billedside. DR synstolker dramaserier og et udvalg af dokumentarprogrammer. De synstolkede versioner sendes på DR1Syn.

Ligetil – nyheder der er lette at læse Alle hverdage sidder en redaktion og redigerer et uddrag af nyhederne, så der findes i læs-letudgaver på dr.dk/ligetil. Lix-tallet er lavt, svære ord forklares, og der er jævnligt temaer om emner, der er oppe i tiden. Ligetil bruges både af mennesker med læsevanskeligheder og af nye danskere, som endnu ikke har fuldt ordforråd. Programmer, der tilbydes med undertekster / tegnsprogstolkning / oplæste undertekster / synstolkning på tv, kan efterfølgende ses på dr.dk med tilsvarende hjælpetjeneste.


DR OG ATKOMA Alzheimerfelagið Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Halldis Joensen, forkvinna Telefon: 28 31 02 alzheimer@alzheimer.fo www.alzheimer.fo

Felagið fyri lesi- og skriviveik Tróndargøta 40 100 Tórshavn Anne-Karin Kjeld, forkvinna Telefon: 253922/212222 lesa@lesa.fo www.lesa.fo

Javni Postboks 1133 110 Tórshavn Sigrun Wardum, forkvinna Telefon: 20 80 90 javni@javni.fo www.javni.fo

Autismufelagið A. C. Evensgøta 8 100 Tórshavn Heidi Aagaard, forkvinna Telefon: 50 90 31 formadurin@autisma.fo www.autisma.fo

Føroya Astma og Allergifelag Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Ingrid Henriksen, forkvinna Telefon: 228079 in-tr@kallnet.fo

Lipp & Lymfødemfelagið Traðartún 6 160 Argir Eyðbjørg Djurhuus, forkvinna Telefon: 22 52 24 nicolina@olivant.fo

Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Anna Petersen, forkvinna Telefon: 31 02 37 gikt@gikt.fo www.gikt.fo

Nýrafelagið Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Norðleif við Krógv, formaður Telefon: 21 72 02 soljuflog@live.dk

Cøliakifelag Føroya Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Birita Háskor, forkvinna Telefon: 28 22 96 coliaki@olivant.fo Colitis-Crohn Føroyar Teitur Vágadal, formaður Telefon: 218857 ccf@mail.fo www.ccf.dk Deyvafelag Føroya Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Maria Ellefsen, forkvinna Telefon: 31 75 97 deaf@deaf.fo www.deaf.fo Diabetesfelag Føroya Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Kristianna Rein, forkvinna Telefon: 31 95 08 kristiana@rein.fo www.diabetes.fo

Føroya Blindafelag Íslandsvegur 10 a 100 Tórshavn Ruth Thomsen, forkvinna Telefon: 31 82 22 ruththomsen@olivant.fo Føroya Psoriasisfelag Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Majgun Poulsen, forkvinna Telefon: 42 41 79 jno@polarseafood.ql Heilafelagið Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Bjarni J. Pedersen, formaður Telefon: 32 15 20 heilaf@olivant.fo

Epileptikarafelag Føroya Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Randfríð Sørensen, forkvinna Telefon: 31 39 78 rs@januar.fo

Hjartafelagið Postboks 3120 110 Tórshavn Eydna Joensen, forkvinna Telefon: 31 32 38 hjartafelag@hjartafelag.fo www.hjartafelag.fo

Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Torkil Hansen, formaður Telefon: 22 28 39 hoyr@olivant.fo www.hoyribrek.fo

ÍSB – Ítróttarsambandið fyri brekað Gundadalur 2 100 Tórshavn Jógvan Jensen, formaður Telefon: 31 78 79 isb@olivant.fo www.isb.fo

Parkinsonfelagið Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Durid Johannesen, forkvinna Telefon: 21 78 86 parkinson.fo@gmail.com www.parkinson.fo Sclerosufelagið Undor Skorum 44 825 Froðba Hallur Thomsen, formaður Telefon: 27 30 53 sclerosufelag@sclerosufelag.fo www.sclerosufelag.fo Sinnisbati Postboks 1184 110 Tórshavn Súsanna Olsen, forkvinna Telefon: 32 25 44 sinnisbati@sinnisbati.fo www.sinnisbati.fo Spastikarafelagið Íslandsvegur 10 c 100 Tórshavn Christina Johannesen, forkvinna Telefon: 31 90 27 spastikarafelagid@gmail.com Stoffskiftisfelagið Millum Gilja 111 188 Hoyvík Anna Dahl-Olsen, forkvinna Telefon: 31 91 61 postur@stoffskifti.com www.stoffskifti.com

MBF

|

23


ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, er grundarlagið fyri politiska arbeiðnum hjá MBF

Les meir á heimasíðuni hjá MBF

www.mbf.fo


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.