20
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Hvalspýggjur kunnu hótta alivinnuna Hvalspýggjur hava gjørt stóran skaða á alifisk í Skotlandi og Noregi. Sannlíkt er, at hvalspýggjur eisini kunnu vera ein hóttan fyri føroyskan alifisk, men enn vita vit sera lítið um útbreiðslu og atferð hjá hvalspýggjum í føroyskum sjógvi. Ein stór verkætlan undir leiðslu av Firum fer nú at savna dátur, sum kunnu geva vitan um hvalspýggjur á okkara leiðum Eftir Dagmar Joensen-Næs Hvalspýggjur hava rikið í heims høvunum síðani elstu tíðir. Eisini í sjónum kring Føroyar eru hópin av hesum gjøgnumskygdu trevsutu havdjórunum, sum í flestu førum ikki gera nakran skaða. Men summi sløg eru vandamikil og kunnu vera til stóran vanda fyri alifisk. Hóast hvalspýggjur síggjast alla staðni við føroysku strendurnar, so vita vit sera lítið um tær. Og tað er ein trupulleiki, tí vitan um hval spýggjur kann hava stóran týdning. Í fleiri av okkara grannalondum verða kanningar av hvalspýggjum brúktar til at meta um veðurlags broytingar. – Hvalspýggjur eru ein sera góð ur varnari um árin av veðurlags broytingum, tí útbreiðsla og atferð hjá hvalspýggjum broytist skjótt, um umstøðurnar í havinum verða øðrvísi. Kenna vit innihaldið av hvalspýggju í føroyskum sjógvi yvir ár og árstíðir, kann tað geva okkum virðismikla vitan um møguligar broytingar í sjónum, sigur Amanda Vang, deildarleiðari á Firum, ið hevur tikið stig til eina stóra nýggja verkætlan um hvalspýggju í før oyskum sjógvi. – Hvalspýggjan er mitt í føðiket uni í sjónum. Fiskur etur hval spýggju, men høvuðsføðin hjá fiski er plantu- og djóraæti, sum hval spýggja eisini etur. Um nógv hval spýggja er í sjónum, verður minni føði til fiskin, og so verður minni fiskur. Og um minni fiskur er, so verða aftur fleiri hvalspýggjur, sum eta æti frá fiskinum. Útbreiðslan av hvalspýggju kann tí hava stóra ávirkan á vistfrøðina í sjónum, greiðir Amanda Vang frá. Kanningar aðrastaðni hava sum heild ikki ávíst, at meira er til av hvalspýggju nú, men ábendingar eru um, at hon flytur seg til nýggj støð, og at nýggj sløg tí eru at finna
fleiri staðni, ið ikki hava verið sæð fyrr.
Í ØLLUM STØDDUM OG SKAPI Granskingarverkætlanin um hval spýggjur í Norðuratlantshavi hevur fingið 1 millión kr. í stuðli frá Granskingarráðnum. Samlaði kostn aðurin fyri alla verkætlanina er góð ar 5 milliónir kr. Við í granskingartoyminum eru granskarar á Firum, Havstovuni, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um framt tveimum granskingarstovn um í Noregi. Eisini Bakkafrost og Sjósavnið eru við í verkætlanini. Endamálið við verkætlanini er at savna og skráseta dátur um hval spýggju í føroyskum sjógvi. Dáturnar skulu millum annað fáast til vega í sambandi við sjógv kanningar, sum Havstovan, Firum og Bakkafrost gera. Firum gjørdi fyrstu kanningar nar av hvalspýggju í fjør. Tá vóru 21 ymisk sløg av hvalspýggju funnin í føroyskum sjógvi. Fimtan sløg vóru óskaðilig, fimm sløg kundu vera til ampa fyri alifisk, og eitt slag var beinleiðis eitrandi. – Vit vita, at tað finnast nógv sløg av hvalspýggju i føroyskum sjógvi í ymiskum skapi og litum. Nakrar eru stórar, nakrar heilt smáar. Tær smáu kunnu vera sera ringar at síggja, og tað er helst ein orsøkin til, at so fáar kanningar eru gjørdar av hval spýggju í Føroyum. – Havstovan telur alt, sum kemur í netið, tá tey taka sjógvroyndir, men smáu hvalspýggjurnar verða kroyst ar saman til eina evju og síggjast ikki aftur. Um tað skal bera til at telja tær, mugu royndirnar takast á ein annan meira varisligan hátt, sigur Amanda Vang. Á Firum eru tey nú umframt at taka regluligar sjógvroyndir fleiri staðni eisini farin undir at kanna tað kroysta tilfarið frá royndum hjá
Havstovuni fyri at vita, um ílegur frá hvalspýggjum eru at finna. Havstovan hevur tilfar frá kann ingum seinastu 40 árini. Ætlanin er eisini at kanna leivdirnar frá goml um kanningum fyri at royna at finna fram til, hvussu nógv hval spýggja var í sjónum fyrr og saman bera tað við støðuna í dag.
PORTALUR OG FRAMSÝNING Ein føroysk hvalspýggju yvirvøka skal setast í verk, og ein hvalspýggju dátugrunnur skal stovnast og mennast. Umframt dátur, ið granskararnir savna, er ætlanin at fáa fólk kring landið at hava eyguni eftir hval spýggjum og senda myndir til Firum, sum eyðmerkir hvalspýggj urnar og leggur myndirnar á ein portal. Í fyrstu atløgu er talan um ein norskan portal, sum vísir út breiðsluna av hvalspýggju í Norður atlantshavi, men ætlanin er eisini at menna ein serføroyskan portal. – Á henda hátt fáa vit dátur úr øllum landinum, sum vit annars ikki kundu fingið. Samstundis fáa fólk størri áhuga fyri vistfrøðini í havin um, sum eisini er eitt av endamálun um hjá okkum, sigur Amanda Vang. Áhugin fyri at vera við í verk ætlanini tykist vera stórur. – Vit fara skjótt at lata upp eina síðu á facebook og instagram, so fólk lættliga kunnu senda myndir og síggja, hvørji sløg av hvalspýggju tey hava funnið. Vit hava longu fingið fyrstu myndirnar frá børnum, sum halda tað vera stuttligt at leita eftir hvalspýggjum, sigur hon. Firum og Sjósavnið arbeiða eisini við at gera undirvísingartilfar til skúlaflokkar um sjógvin við Føroyar, sum eisini fer at hava leiðbeining um innsavnan av hvalspýggjum. Ætlanin er eisini at seta upp eina framsýning við hvalspýggjum á Sjósavninum. – Aðrastaðni er vanligt, at sjó søvn hava framsýningar við hval spýggjum í alskyns litum og skapi. Vit hava frá byrjan viljað havt Sjó savnið við fyri at økja um áhugan millum fólk fyri hvalspýggjum. Vit kunnu útvega hvalspýggjurnar til Sjósavnið, og vit hava samstarvs felagar í Noregi, sum eru serkønir í at gera slíkar framsýningar., og sum kunnu hjálpa við at seta framsýn ingina upp, sigur Amanda Vang.
8 ára gamla Katrin Petersen úr Kaldbaksbotni hevur sent fyrstu myndina til portalin um hvalspýggju í Norðuratlantshavi
Amanda Vang tekur sjógvsýnir í Kaldbaksfirði eina ferð um vikuna
HÓTTAN FYRI ALIFISK Vitan um hvalspýggju í føroyskum sjógvi er ikki bert áhugaverd fyri tey, ið granska veðurlagið, men eisini fyri føroysku alivinnuna. Seinastu árini hevur hvalspýggja elvt til stórar trupulleikar hjá ali vinnuni í grannalondunum. Í Skot landi og Noregi hava alifyritøkur havt trupulleikar við felli, sum stav ar frá álopum av stórum nøgdum av pinkuhvalspýggju. Orsøkin til øktu
nøgdirnar av ávísum sløgum av hvalspýggju er helst, at sjógvurin gerst heitari orsakað av veðurlags broytingum. Fiskurin, sum livur á firðunum, kann rýma undan hvalspýggju, um tær eru til ampa. Tað kann alifiskur ikki. – Hvalspýggjurnar hava notu kyknur, ið brenna ella skræða tákn urnar og skræðuna á fiskinum, so hann fær sár. Tað ger fiskin meira