VÍSINDAVØKAN 2024 verður í Sjóvinnuhúsinum 27. september
360 børn ganga ikki í vanligum fólkaskúla Alsamt fleiri børn mistrívast í fólkaskúlanum og vilja ikki í skúla. Nógv fáa í staðin undirvísing heima ella verða koyrd í ein serflokk. At so nógv fella uttanfyri vanligu undirvísingina, er greitt tekin um, at vit eru noydd at gera okkurt nú fyri at fáa ein meira rúmligan fólkaskúla, sigur Pætur Zachariasson, sum granskar í skúlafráveru Eftir Dagmar Joensen-Næs Talið á børnum, ið ikki rúmast í føroyska fólkaskúlanum, veksur við rúkandi ferð. Seinasta skúlaár
gingu 301 børn í serflokkum og øðrum serskipanum. Tað eru 170 fleiri enn fyri fimm árum síðani. Børn við serligum tørvi, ið ganga í Skúlanum á Trøðni, eru ikki tald við. Harumframt fingu 59 børn heima- ella sjúkraundirvísing í skúlaárinum 2023/24. Tað eru 19 fleiri enn í 2018/19. Tilsamans gingu sostatt 360 føroysk børn ikki í van ligum fólkaskúla seinasta skúlaár. – At talið á børnum, ið fella uttanfyri tann vanliga skúlaflokkin, heldur fram at vaksa, vísir, at fólka skúlin hevur nakrar álvarsligar trupulleikar, ið vit mugu gera nakað við nú, sigur Pætur Zachariasson,
sálarfrøðingur, sum er farin undir eina ph.d. verkætlan um skúla fráveru. Trupulleikarnir í fólkaskúlanum eru so grundleggjandi, at svarið ikki bert kann vera at finna skjótar loysnir til teir næmingar, ið ikki trívast í skúlanum, heldur hann. – Sertilboð kunnu vera ordiliga góð fyri nógvar næmingar. Men um vit fylla ov nógv børn í sertilboðini, so hendir okkurt við normaløkinum í fólkaskúlanum. Vit mugu ikki enda har, at alt, sum ikki passar inn í eina smala normalfatan, verður sáldað frá. Tað er tað, sum er við at henda beint nú.
MÁ GEVA MEINING Samfelagið er nógv broytt sein astu árini, og bæði í Føroyum og í londunum kring okkum eru tekin um, at fólkaskúlin ikki hevur megnað at fylgt við samfelags gongdini. – Fleiri og fleiri børn vilja ikki í skúla. Tey mistrívast í skúlanum, og tey síggja ikki meiningina við at fara í skúla. Børn vilja hava eina tilveru, ið gevur meining, og fyri summi er tað meira meiningsfult at vera heima. Tey vilja fegin læra, men leita sær vitan á øðrum miðl um enn í skúlanum, sigur Pætur Zachariasson. Fleiri tilmælir eru gjørd um átøk,
ið kunnu bøta um trivnaðin í fólka skúlanum. Millum annað hevur verið mælt til tvílæraraskipan, lægri næmingatal í flokkunum, øðrvísi lærugreinabýti og betri frálærutil far. – Hetta er alt góðir tankar, ið eg taki undir við, og landsstýrismað urin í skúlamálum hevur sum eina byrjan eisini tikið stig til at lækka næmingatalið. Men tað skulu heilt aðrar bygnaðarligar broytingar til, um vit skulu fáa ein rúmligan fólka skúla. – Vit skulu sjálvandi framvegis hava serflokkar, sum eru góðir fyri tey, sum ganga har. Men spennið millum tað inkluderandi og kom penserandi má ikki verða ov stórt. – Vit mugu tora at spyrja okkum sjálvi, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit vilja hava. Um vit alla tíðina kompensera fyri tí, ið fellir uttan fyri eina smala normalitetsfatan, so fáa vit ikki eitt samfelag, ið er fyri øll. Vit eru øll ymisk og skulu øll vera her. Um vit framhaldandi skulu hava ein fólkaskúla í Føroy um, má hann vera fleksibul og passa til tey børn, ið eru í sam felagnum, sigur Pætur Zacharias son Les meira á s. 12-13
Íløgur í gransking mugu fylgja við búskapinum Nýggir fíggingar møguleikar mugu til, um gransking og menning skal koma upp á sama stig sum í grannalondunum og koma føroyska sam felagnum til gagns. Tað heldur Martin Tvede Zachariasen
Nýggj hagtøl fyri gransking og menning vísa, at almennu íløgurnar í gransking og menning ikki hava fylgt við samfelagsbúskapinum. Tað almenna brúkar bert 0,4 pro sent av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking. Tað eru 0,3 prosentstig minni enn í 2003. Europaráðið hevur mælt til, at lond brúka 1 prosent av bruttotjóð arúrtøkuni til almenna gransking. Føroyar liggja tískil langt frá hesum máli. – Útflutningsvirðið er vaksið
nógv seinastu tjúgu árini, og tølini vísa greitt, at granskingin als ikki fylgir við vinnu- og samfelagsbú skapinum. Tað merkir, at samfelagið ikki í nóg stóran mun fær gagn av nýggjari vitan, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskapar setrinum. Hann mælir til, at nýggir fígg ingarmøguleikar til gransking og menning verða settir í verk. – Vit skulu hyggja at nøkrum av teimum møguleikunum, vit síggja í grannalondunum. Í Noregi fara 0,3
prosent av útflutningsvirðinum av fiski beinleiðis í ein granskingar grunn, sum so verður givið út aftur til gransking í fiskivinnu og aling. – Ein líknandi leist kundu vit brúkt á fleiri økjum í Føroyum, so leiðis at vit fáa eina inntøkukeldu, sum fylgir við vinnubúskapinum, sigur hann. Føroyski útflutningurin liggur um 11 milliardir kr. árliga. Ein líkn andi skipan sum í Noregi hevði givið 33 milliónir kr. til gransking í Føroy um bara til fiskivinnu og aling.
– Tað hevði gjørt ótrúliga stóran mun, um vit fingu ein veruligan granskingargrunn í Føroyum, har vit eisini høvdu kunnað lagt eitt sindur til síðis til verri tíðir, so granskingin ikki er bundin at eini árligari játtan á fíggjarlógini, sigur Martin Tvede Zachariasen. Les meira á s. 4 og 18-19.
Luftgranskingar støð á Sornfelli
Vit kunnu ikki krógva okkum longur
Kenslulig møði
Síða
Síða
Síða
6-7
8-9
14 - 15
2
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
ODDAGREIN
Landið má verða nógv meira framsøkið Tað privata ger væl størri íløgur í gransking og menning enn tað almenna í Føroyum. Tað almenna er lutfalsliga dragnað langt afturúr samanborið við stigið fyri 20 árum síðani. Í summar fingu vit loksins sett tøl og prosent á, hvussu nógv varð brúkt til gransking og menning í Føroyum í 2022: 1,5% av BTÚ. Hetta eru turru tølini. Samanborið við málið hjá Evroparáðnum, sum er 3 % av BTÚ, og íløguna hjá hinum londum í Evropa, so er føroyska íløgan munandi minni. Vit hoyra í løtuni økt tos um viknandi kappingarføri, um hall á fíggjarlógini, um fallandi burðartal, skeiklaða fólka samanseting, vantandi arbeiðsmegi, økta fráflyting og trivnaðartrupulleikar. Eingin ivi er um, at stór tøk mugu takast fyri at venda gongdini. Her er eingin einføld ella løtt loysn, men nógvar truplar og djarvar politiskar avgerðir, sum skulu takast. Eitt týdningarmikið amboð, sum onnur lond brúka at menna samfeløg í kreppu, er at gera miðvísar íløgur í útbúgving og gransking. Endamálið er at menna vitanar samfelagið, at gagnnýta vitanina til at skipa fyrisiting og bjóða betri tænastur og at styrkja karmar fyri at verandi og nýggjar vinnur fáa betri vakstrarlíkindi. Í ársins Vísindavøkublaði eru dømi um fleiri granskingar verkætlanir, sum hava sett sær fyri at fáa til vega nýggja vitan, sum kann brúkast av vinnuni og tí almenna til at taka avgerðir, skipa okkum betri, arbeiða miðvísari og snildari og gagna borgarum í enn størri mun. Pætur Zachariasson hevur sett sær fyri kanna skúlafrá veru og skúlaaftran og hyggja at samspælinum millum børn og skúlaskipanina. Aftanfyri liggur ein undran yvir, hví tað
SNARRØÐ UR OG MIÐ LAHEIÐ URSLØN Vísindavøkan 2024 endar við tiltaki, sum fagnar góðari miðling av gransking. Miðlatiltakið byrjar kl. 15.00. Fyrst er snarrøðu kapping. Nakrir granskarar fara stutt og greitt at siga eina søgu um tað, sum frammanundan er lýst á eini plakat á granskingarmáli, soleiðis at øll skilja hetta. Hetta fáa teir 150 sekund til. Ein dómsnevnd kjósar vinnaran, sum fær heiðursløn. Áðrenn vinnarin av snarrøðukappingini verður kosin, verður okkurt undirhald á skránni. Hvat hetta er, verður avdúkað á staðnum. At enda verður ársins miðlaheiðursløn handað. Hetta er eitt herðaklapp, sum verður latið granskara ella øðrum, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp fyri góða miðling av gransking, kunnu sendast til Granskingarráðið á gransking@gransking.fo ella í boðklivan á facebook. Seinasta freist at senda okkum uppskot er mánadagin 16. september 2024.
eru alt fleiri børn, sum ikki trívast í fólkaskúlanum, og hvussu fólkaskúlin betri kann rúma flestu børnum Annika Helgadóttir Davidsen og Esther Djurhuus fara at kanna, um toymisinterventión við sálarfrøðiligum trygg leika kann betra um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá um sorganarstarvsfólki. Hetta er grundað á vitan um, at sálarliga trýstið í arbeiðinum kann møða meira enn gott er og reka starvsfólk burtur frá økinum, sum frammanundan hevur trupult við at fáa nokk av fólki. Eitt av tí, sum nevndu verkætlanir hava í felag, er, at tær kunnu fremjast, tí tær hava fingið stuðul frá Granskingar ráðnum. Aðrar verkætlanir, sum áður hava verið framdar við stuðli frá Granskingarráðnum hava verið við til at fáa nýggja vitan til vega, sum flytur okkum frameftir. Eg eri sannførd um, at tíðin beint nú er at gera stórar íløgur í útbúgving, gransking og menning fyri at finna loysnir til fleiri av stóru samfelagsligu avbjóðingunum, sum vit standa við. Vit skulu savna allar góðar kreftir og arbeiða miðvíst fyri at venda gongdini aftur, so vit ikki enda í dapra exit Føroyar rákinum, sum var so ráðandi fyri 15 árum síðani. Ynskir tú at vita meira um, hvat granskarar í Føroyum arbeiða við, so skalt tú koma á Vísindavøku 2024. Her vera hópin av granskarum og øðrum starvsfólkum, sum fara at fortelja frá og vísa nakað av tí, sum fyriferst. Vælkomin! Annika Sølvará Stjóri í Granskingarráðnum
TILTØK Á VÍSINDAVØKU INNI OG ÚTI Á Vísindavøkuni í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin tann 27. september verða framløgur og tiltøk frá morgni til seint seinnapart. Framløgur verða í Kongshøll, meðan tiltøk serliga ætlað skúlanæmingum frá miðdeild verða á Svalanum og í garasjum og tjøldum uttanfyri. Á Svalanum skipa stovnar fyri ymsum forvitnisligum við støði í gransking. Millum annað fer Umhvørvisstovan at varpa ljós á fjølbroytta fuglalívið í Føroyum við einari fuglaeyðkenniskapping. Sjúkrarøktarfrøðilesandi á Fróðskaparsetrinum fara millum annað at bjóða fólki á ferð inn í kroppin við VR brillum. Uttanfyri fer Havstovan at hava nógv ymiskt um fiskar og hav, og Glasir fer at gera royndir av ymsum slagi. Vísindavøkan er almenn og ókeypis.
LUTTAKANDI STOVNAR OG FELØG Á VÍSINDAVØKU Búnaðarstovan – Firum – Fróðskaparsetrið – Havstovan – Heilsufrøðiliga Starvsstovan – Heilsugranskingareindin – Heilsustyrið – Jarðfeingi – Landsbókasavnið – Tjóðskjalasavnið – Tjóðsavnið – Umhvørvisstovan – Granskingarráðið
Fyriskipari og ábyrgd: Granskingarráðið, Dagmar Joensen-Næs, www.gransking.fo Sniðgeving og umbróting: Sosialurin
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Játtanir
Verkætlan:
Stuðul til gransking í 2024
Ævisøga um William Heinesen
Tólv verkætlanir hava fingið tilsamans 9,9 mió. kr. í stuðli til gransking frá Granskingarráðnum. 39 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar. Søkt varð um íalt 36 mió. kr. Av teimum 12 verkætlanunum eru 7 ph.d.-verkætlanir. 67% av verkætlanarleiðarunum eru kvinnur og 33% menn. Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum. Løgtingið hevur játtað 9 mill. kr. til stuðul til gransking í ár. Tað er 1,5 mill. kr. meira enn undanfarin ár. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað afturat, tí var samlaða játtanin 9,9 mió. kr. Stuðul er latin til hesar verkætlanir: Bergur Rønne Moberg: "Glataði spælimaðurin. Ein ævisøga um William Heinesen" Verkætlan á Københavns Universitet - kr. 625.000 Pætur Zakariasson: "Frá firring til luttøku – ein kanning av fráveru og luttakandi virki í undirvísingarumhvørvum í Føroyum" Ph.d. verkætlan á Námi og Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - kr. 1.600.000 Sissal Dahl: "Hvussu megna og skipa kvinnur í oyggjasamfeløgum ólønt umsorganararbeiði? Ein komparativ kanning" Ph.d. verkætlan á University of Grooningen - kr. 1.200.000 Helena L. Mortensen: "Náttúra og veðurlagskreppa úr barnaeygum - Ein vistgreinandi og frásagnarfrøðilig viðgerð av nýggjum føroyskum skaldskapi" Ph.d. verkætlan á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum - kr. 1.600.000 Harriet Hammer: "Landsfevnandi kanning av heilivágsnýtslu í Føroyum" Verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - kr. 390.000 Maria Skaalum Petersen: "Hava ”varandi dálkingarevni” ”varandi ávirkan” – ein kanning av PFAS eksponering og ovurfiti hjá vaksnum føroyingum" Verkætlan í Heilsugranskingareindini - kr. 660.000 Fróði Fríðason Jensen: "Primær Ciliær Dyskinesi í Føroyum" Ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum og Københavns Universitet - kr. 1.000.000
Bergur Rønne Moberg, ph.d., fer at skriva eina ævisøgu um William Heinesen. Verkætlanin er staðsett á Københavns Universitet og á Fróðskaparsetri Føroya
Bergur Rønne Moberg, ph.d. í ritverk inum hjá Williami Heinesen, hevur fingið 625.000 kr. í stuðli frá Gransk ingarráðnum til at skriva eina ævi søgu um William Heinesen. Bergur Rønne Moberg er lektari í føroyskum og norðuratlantiskum viðurskiftum við Københavns Universitet og fyrr verandi lektari í føroyskum bókment um og mentan við Fróðskaparsetur Føroya. Bergur Rønne Moberg hevur granskað William Heinesen í meira enn 20 ár og hevur skrivað hópin av javn líkamettum vísindagreinum og bókum á føroyskum, donskum og enskum
Marjun á Fríðriksmørk Berbisá: "Umhvørvis DNA - Eitt hent amboð til stovnskanningar av uppsjóvarfiski og skráseting av hjáveiðu" Ph.d. verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og Varðanum - kr. 370.000 Amanda Vang: "Føroyska hvalspýggjan og vitan um útbreiðsluna av hvalspýggjum í Norðuratlantshavi" Verkætlan á Firum - kr. 1.000.000
umframt eina ørgrynnu av miðlandi greinum og fyrilestrum um kenda før oyska fjøllistamannin. Ævisøgan er ætlað sum ein heiður til rithøvundan, myndlistamannin, tónasmiðin, mentamannin og handils mannin William Heinesen (1900-1991), sum í 2025 hevði fylt 125 ár. William Heinesen er vorðin eitt føroyskt mentanarikon, og Bergur Rønne Moberg er eisini við í fyrireik ingunum til at byggja eitt mentanar hús til æru fyri William Heinesen á trøðni hjá honum á Varðagøtu. Bergur Rønne Moberg hevur verið ráðgevi hjá fyritøkuni Henning Larsen Arkitekt um, ið hevur teknað mentanarhúsið. Ævisøgan um William Heinesen fer at verða skrivað sum ein modernað føroyingasøga. Støði verður tikið í Williami Heinesen bæði sum ment anarbera og mentanarbrótara í mun til Føroyar, Danmark og Evropa. Lív og verk William Heinesens eru um somu tíð føroysk lokalsøga og før oysk heimssøga. Hansara lívsverk fell ur á mangan hátt saman við menning ini av modernaðu Føroyum. Ævisøgan um William Heinesen verður væntandi týdd til nógv onnur mál og kemur tískil at roynast sum ein branding av Williami, Havnini og Føroyum.
Hvussu nógvan heili vág nýta føroyingar?
Heidi Wolles Ljósheim: "Numeriskar metodur til samvirknar partikulskipanir og optimering avmarkað av partvísum differentiallíkningum" Ph.d. verkætlan á University of Edinburgh - kr. 525.000 Svein-OIe Mikalsen: "Genomini hjá føroyskum toski - útbreiðsla og søga" Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - kr. 505.000
Ph.d. verkætlan:
Verkætlan:
Jana Mortensen: "Hvussu fólk í Føroyum, sum hava kognitivar avbjóðingar sum fylgja av parkinson sjúku, navigera í dagligdegnum" Ph.d. verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - kr. 445.000
Harriet Hammer, ph.d. í mýlaheiliráðfrøði, fer at gera eina landsfevnandi kanning av heilivágsnýtslu í Føroyum
Harriet Hammer, ph.d. í mýlaheiliráð frøði, hevur fingið stuðul til at gera eina landsfevnandi kanning av heili vágsnýtslu í Føroyum. Í grannalondunum hava kanningar av heilivágsnýtsluni verið avgerandi í mun til at tryggja skynsama nýtslu av heilivági.
3
Í Føroyum er lítið til av almennum hagtølum um heilivágsnýtslu, og týdn ingarmikil vitan um heilivágsnýtslu er ikki vorðin nýtt í nóg stóran mun til at betra um nýtsluna. Endamálið við kanningini er at útvega týðandi nýggja vitan, ið kann lýsa og eyðmerkja átaksøkir, har tørv ur er á at vísa serlig atlit og ansni. Úrs litini av kanningini kunnu eisini stuðla myndugleikum í støðutakan, tá átøk til at fremja skynsama heilivágs nýtslu skulu viðgerast og setast í verk í føroyska samfelagnum og heilsugeir anum. Eisini kunnu úrslitini saman berast við líknandi kanningar í grannalondunum og verða grundar steinur undir gjøllari kanningum av møguligari óhóskandi heilivágsnýtslu millum føroyingar. Harriet Hammer hevur fingið 390.000 kr. í stuðli frá Granskingar ráðnum til verkætlanina, ið er staðsett á Fróðskaparsetrinum og verður gjørd í samstarv við Heilsugranskingareind ina í Heilsuverkinum og Apoteks verkið.
Sissal Tókadóttir Dahl fer undir eina ph.d. verkætlan um, hvussu kvinnur megna og skipa ólønt umsorganararbeiði í oyggjasamfeløgum
Hvussu megna kvinnur í oyggja samfeløgum ólønt umsorganararbeiði? Sissal Tókadóttir Dahl, MSc í rúm vísindi, oyggjasamfeløgum og burðardygd, hevur fingið játtan til eina ph.d. verkætlan um, hvussu kvinnur í oyggjasamfeløgum megna og skipa ólønt umsorg anararbeiði. Tað eru í flestu førum kvinnur, ið gera ólønt umsorganararbeiði. Hetta arbeiði hevur grundleggj andi týdning fyri vælferðarsam felagið, men verður í stóran mun undirmett. Tað elvir til avbjóðing ar av ymiskum slagi í gerandis degnum. Undirmeting av óløntum um sorganararbeiði forðar fyri ná greiniligari virðisásetan og al mennari menning og tískil útvegan av skipanum at nøkta umsorganartørvinum. Tað er tí átrokandi at ítøkiliggera og viður kenna ólønt umsorganararbeiði. Formligar skipanir og fyrisit ingin av umsorgan er undir trýsti í Evropa. Orsøkirnar til hetta eru m.a. vaksandi tal av eldri fólki, ið tørva umsorgan, samstundis sum kvinnur eru vorðnar ein sameind ur partur av arbeiðsmarknaðinum. Eisini skerjingar og privatiseringar av almennum umsorganarskipan um og hægri livikostnaður hava ført til álvarsliga kreppu í umsorg anargeiranum. Endamálið við ph.d. verkætlan ini hjá Sissal Dahl er at kanna, hvussu kvinnur megna og skipa ólønt umsorganararbeiði í gerand isdegnum í oyggjasamfeløgum. Ætlanin er at gera eina tvørvís indaliga samanberandi kanning av undirstøðukervinum undir ólønta umsorganararbeiðinum og sub jektivum royndum av broyttum vælferðarpolitikki umframt menn ing av framtíðar umsorganararb eiði. Samanberandi kanningar skulu gerast í Føroyum, Wadden oyggj unum í Hollandi og Lesbos í Grikkalandi. Sissal Dahl hevur fingið 1,2 milliónir kr. í stuðli til ph.d. verk ætlanina frá Granskingarráðnum. Verkætlanin er staðsett á Uni versitetinum í Grooningen í Hol landi.
4
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum:
Nýggir fíggingar møguleikar mugu til
Hagtølini fyri gransking og menning í Føroyum vísa týðuliga, at almennu íløgurnar í gransking og menning ikki hava fylgt við samfelagsbúskapinum. Nýggir fíggingarmøguleikar mugu til, um gransking og menning skal koma upp á sama stig sum í grannalondunum og koma føroyska samfelagnum til gagns Eftir Dagmar Joensen-Næs Nýggju hagtølini fyri gransking og menning eiga at fáa politisku skip anina at taka nøkur álvarslig stig fyri at menna granskingina í Føroy um. Tað heldur rektarin á Fróðskap arsetri Føroya, Martin Tvede Zach ariasen. Hann mælir til, at vit fáa nýggjar fíggingarmøguleikar til gransking og menning, og at skipan in við nógvum spjaddum gransk ingarstovnum verður endurskoðað.
VINNAN SKAL GJALDA Føroyar liggja langt frá málinum, ið Europaráðið hevur sett fyri almenn ari gransking. Ráðið mælir til, at londini brúka 1 prosent av brutto tjóðarúrtøkuni (BTÚ) til almenna gransking. Í Føroyum brúkar tað
almenna bert 0,4 prosent til gransk ing – 0,3 prosent-stig minni enn í 2003. – Tað kann helst undra onkran, tí Fróðskaparsetrið hevur í sama tíðarskeiði fingið væl fleiri pengar til útbúgving og partvís eisini til gransking. Granskingarráðið hevur eisini fingið eitt lítið sindur meira. – Men útflutningsvirðið er vaks ið nógv hesi árini, og tað vísir tí, at granskingin als ikki fylgir við vinnu- og samfelagsbúskapinum, og at samfelagið tí ikki í nóg stóran mun fær gagn av nýggjari vitan, sig ur Martin Tvede Zachariasen. Hann mælir til, at vit finna nýggjar leistir fyri at fáa meiri pengar til gransking í Føroyum. – Vit skulu hyggja at nøkrum av teimum møguleikunum, vit síggja í grannalondunum. Í Noregi fara 0,3
prosent av útflutningsvirðinum av fiski beinleiðis í ein granskingar grunn, sum so verður givið út aftur til gransking í fiskivinnu og aling. – Ein líknandi leist kundu vit brúkt á fleiri økjum í Føroyum, soleiðis at vit fáa eina inntøkukeldu, sum fylgir við búskapinum, sigur hann. Talan hevur verið um at oyra merkja ein part av tøkugjaldinum í alivinnuni til gransking, men enn eru ongar reglur komnar um tað. Føroyski útflutningurin liggur um 11 milliardir kr. árliga. Ein líkn andi skipan sum í Noregi hevði givið 33 milliónir kr. til gransking í Føroyum bara til fiskivinnu og aling. – Tað hevði gjørt ótrúliga stóran mun, um vit fingu ein veruligan granskingargrunn í Føroyum, har vit eisini høvdu kunnað lagt eitt sindur til síðis til verri tíðir, so granskingin ikki er bundin at eini árligari játtan á fíggjarlógini, sigur Martin Tvede Zachariasen.
OV NÓGVIR STOVNAR Rektarin á Fróðskaparsetrinum mælir til, at ein tjóðarstrategi fyri gransking í Føroyum verður gjørd. – Vit hava brúk fyri eini yvirskip aðari strategiætlan, sum ásetir, hvussu vit fáa meira fígging til
gransking, og hvussu vit skipa granskingina. – Gransking er langskygd, og tað er ein stórur vági fyri føroyska gransking, at ongin langtíðar ætlan er. Men um ein tílík ætlan skal eydnast, krevur tað, at pengar fylgja við, og at ein langskygd bindandi politisk avtala eisini verður gjørd, sigur hann. Í Danmark er øll almenn gransk ing skipað undir eitt stýri. Í Føroy um liggja granskingarstovnar og fígging til gransking undir ymisk um landsstýrisfólkum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum mælir til, at øll fígging av almennari gransking verður savnað á einum staði. – Um vit løgdu allar pengar til al menna gransking undir eitt lands stýrisfólk, so hevði tað í øllum føri verið ein góð byrjan, sigur hann. Martin Tvede Zachariasen held ur tað vera ein stóran trupulleika fyri føroyska granskingarumhvørv ið, at almenna granskingin er so smábýtt. – Tað hevur nógvar vansar við sær, at granskingarvirksemið er so spjatt og í nógvum førum persóns heft. Tað krevur nógva orku at fáa samstarv millum stovnar um granskingarverkætlanir, sigur hann. Sum eitt stig á leiðini móti tætt
ari samstarvi hevur Fróðskapar setrið tikið stig til eitt leiðsluforum fyri almennar føroyskar gransking arstovnar. – Endamálið er at kjakast um, hvussu vit kunnu samstarva betur. Vit hava millum annað gjørt avtalur um felags reglur fyri ph.d. lesnað í Føroyum, sigur rektarin. Hann dylur tó ikki fyri, at hann heldur, at Setrið eigur at fáa ein nógv størri leiklut í føroyskari gransking. – Setrið eigur, sum Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan eisini hevur mælt til, at verða mið depilin í føroyskari gransking, og vit vilja fegin ganga á odda fyri at samansjóða almennu granskingina. – Tað hevði eisini gjørt, at Føroy ar høvdu staðið sterkari í altjóða høpi. Tá vit eru so spjadd, kunnu vit ikki bjóða okkum fram sum ein sterkur partnari við granskarum, sum arbeiða tætt saman. – Tá vit eru so pírin við almenn ari fígging til gransking, verður tað uppaftur truplari at fáa samstarv og fígging uttaneftir. Ein króna til almenna gransking kann ofta draga eina aðra krónu heim til Føroya, sigur hann.
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Sosialurin
5
ALMENN GRANSKING ER MINKAÐ MUNANDI Gransking og menning hevur tikið dik á seg í Føroyum seinastu 20 árini. Serliga privatar fyritøkur eru farnar at granska og menna nógv meira. Almennir stovnar brúka hinvegin munandi minni til gransking og menning Eftir Dagmar Joensen-Næs Almennir stovnar og fyritøkur í Føroyum granskaðu og mentu í 2022 fyri 376 milliónir kr. Tað svar ar til 1,5 prosent av bruttotjóðar úrtøkuni (BTÚ). Tað vísa nýggj hagtøl fyri gransking og menning, sum Hag stovan hevur savnað í samstarvi við Granskingarráðið. 20 ár eru síðani, at kanning av útreiðslum til gransking og menn ing í Føroyum seinast varð gjørd. Kanningin í 2003 vísti, at tá varð granskað og ment fyri 0,9 prosent av BTÚ. Vøksturin er sostatt 0,6 prosent-stig. Hóast stovnar og fyritøkur í Føroyum brúka munandi meira til gransking og menning á royndar stigi enn fyri 20 árum síðani, eru útreiðslurnar í Føroyum til gransk ing og menning sum partur av BTÚ lægri enn í hinum norðan londunum. Í Danmark eru út reiðslurnar 2,9 prosent, í Íslandi 2,7 prosent, í Noregi 1,6 prosent og í Svøríki 3,4 prosent. Europaráðið setti í 2000 sum mál, at londini í Europa skuldu brúka 3 prosent av BTÚ til gransk ing og menning. Nýggju hagtølini vísa sostatt, at Føroyar enn eru langt frá málinum, sum Europa ráðið hevur sett.
AFTURGONGD Í ALMENNA GEIRANUM Hagtølini vísa, at tað eru privatar fyritøkur, ið standa fyri meiri enn tveimum triðingum av útreiðslun um til gransking og menning í Før oyum. Vinnufeløgini granska og menna fyri 1,1 prosent av BTÚ. Al menni geirin og hægri útbúgv ingarstovnar granska og menna tilsamans fyri 0,4 prosent av BTÚ. Tað er stór broyting í mun til 2003, tá vinnufeløgini stóðu fyri 0,2 prosentum og almenni geirin fyri 0,7 prosentum av BTÚ. Meiri enn helmingurin av granskingini og menningini í pri vata geiranum fer fram í tilfeingis vinnuni, og har er tað alivinnan, ið stendur fyri nærum allari gransk ingini og menningini.
Europaráðið hevur mælt til, at av teimum 3 prosentunum av BTÚ, sum londini eiga at brúka til gransking og menning, skal tað privata brúka 2 prosent og tað al menna 1 prosent. Framyvir verða hagtølini gjørd á hvørjum ári, soleiðis at til ber at fylgja gongdini árliga.
Gransking og menning
Útreiðslurnar til gransking og menning sum partur av BTÚ eru lægri í Føroyum enn í hinum norðanlondunum
Gransking og menning á royndarstigi er skapandi og skipað arbeiði, hvørs endamál er at skapa nýggja vitan og at finna nýggjar hættir at brúka tøka vitan. Fimm høvuðstreytir skulu lúkast fyri, at virksemi kann metast at vera gransking og menning á royndarstigi: 1. Nýtt: miðar eftir at skapa nýggja vitan. 2. Skapandi: grundað á nýggj hugtøk, uppskot ella vísindalig ætl (hypotesur).
Vinnufeløgini standa fyri meginpartinum av granskingini og menningini í Føroyum
3. Óvist: ber ikki til at gera greiðar niðurstøður viðvíkjandi úrsliti ella kostnaði frammanundan. 4. Skipað: verður útint á ein skipaðan hátt, har bæði tilgongd og úrslit verða skrásett. 5. Endurskapan: skal vera skjalfest, soleiðis at tað kann endurtakast av øðrum granskarum og geva sama úrslit.
Talið á granskarum í Føroyum er meira enn tvífaldað seinastu 20 árini. Í 2003 vóru 131 ársverk. Í 2022 vóru tilsamans 276 ársverk innan gransking og menning í 2022, 153 menn og 123 kvinnur. Tað eru áleið líka nógvar kvinnur og menn, sum eru granskarar. Fleiri menn enn kvinnur eru teknikarar og vísindalig hjálparfólk
6
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Luftgranskingarstøð geva virðismikla vita Sornfelli hevur alt, sum tørvur er á, til at seta upp eina fyrsta floks luftgranskingarstøð, sum kann fáa alstóran týdning fyri at verja okkum móti luftdálking og øðrum avleiðingum av broytingum í veðurlagnum. Tað heldur Sigurd Christiansen, granskari á Fróðskaparsetrinum, sum hevur tikið stig til at fara undir fyrireikingar til eina føroyska luftgranskingarstøð saman við fremstu serfrøðingum á økinum í norðurlondum Eftir Dagmar Joensen-Næs Norðast í Grønlandi sita nakrir her menn alt árið á Statión Norð, ið er ein sera avbyrgd og fjarskotin hern aðarstøð, sum umframt at hava eitt vakið eyga við fíggindarligum virk semi í loftrúminum, eisini ger dag ligar luftmátingar fyri vísindafólk. Á Svalbard liggja fleiri kann ingarstøðir, ið eisini máta luftbitlar, og á fleiri øðrum ofta illa atkomu ligum støðum í Evropa eru líknandi luftmátistøðir. Støðirnar hava stór an týdning fyri møguleikar hjá vís indafólki at fylgja við luftdálking og broytingum í veðurlagnum. Føroyar liggja mitt í Norður atlantshavi og eru kanska best egnaða staðið yvirhøvur at gera mátingar, ið hava virði fyri fjarskot in økir, serliga Arktis. Men í Føroy um er ongin framkomin luftmáti støð. Sigurd Christiansen, granskari í evnafrøði á Fróðskaparsetrinum, hevur sett sær fyri, at nú skulu vit eisini hava eina framkomna luft granskingarstøð í Føroyum – Tær allarflestu mátistøðirnar hava ongan ella bert ein lítlan vink ul, sum er sjógvur og sjóluft. Allar aðrar síður venda inn móti landi, og tí er luftin ofta dálkað av millum annað ídnaði og bilum. Ongastaðni í Evropa hava tey eina støð, sum liggur mitt úti í sjónum, og har næstan ongin dálking er. – So at siga øll dálking og vakstr arhúsgassir, sum er í luftini í Føroy um, koma aðrastaðni frá, serliga úr USA ella Evropa. Tað rekur framvið hjá okkum og endar síðani í arktiska økinum. Tað kann tí geva virðis mikla vitan um dálkingarevnir á Norðpólinum at gera luftmátingar her, sigur Sigurd Christiansen. Luftmátingar kunnu eisini geva
okkum í Føroyum týdningarmikla vitan. – Tá vit skulu áseta og velja byggitilfar, útgerð og vindmyllur, hevur tað stóran týdning at vita millum annað, hvussu nógv salt er í luftini.
SORNFELLI HEVUR ALT Ein luftgranskingarstøð í Føroyum hevði verið munandi høgligari hjá granskarum enn nógvar aðrar líknandi støðir. – Hóast vit liggja mitt í onga mannalandi, er lætt at koma til og frá hjá fólki og farmi. Í NorðurGrønlandi kann tað taka fleiri vikur at fáa ein eykalut. Her kanst tú bí leggja hann fyrrapart og fáa hann heim við flogfari longu sama dag. Hvar í Føroyum ein tílík mátistøð eigur at liggja, er Sigurd Christian sen onga løtu í iva um. – Sornfelli hevur alt, sum skal til. Tað liggur høgt, 742 metrar yvir havfløtuni, har veðurlagið kann lýs ast sum arktiskt, tí mánaðarligi miðalhitin ongantíð kemur uppum 10 stig. Har er lætt at koma til. Vegur er niðan á fjallið og ein lyfta heilt upp á tindin. Pláss er fyri útgerð í kuplunum, og inni í fjallinum eru hølir, ið granskarar kunnu halda til í. At bygt eitt sovorðið stað í dag hevði verið óhugsandi, sigur hann. At ætlanir eru um at seta ein nýggjan radara upp á Sornfelli, er eingin forðing yvirhøvur, heldur Sigurd Christiansen, sum umframt at vera útbúgvin evnafrøðingur við ph.d. í lofthavsevnafrøði eisini er offiserur í donsku verjuni. – Frá míni tíð í herinum og flog vápninum kenni eg til virksemi á fjarskotnum hernaðarstøðum, har tey eisini fáast við gransking. Her urin, sjóverjan og flogvápnið hava ofta granskingarsamstarv við uni
Nakrir av fremstu serfrøðingum í norðanlondum luttóku í verkstovu um luftmátingar á Sornfelli í vár
versitet, og nú ætlanin er at brúka nógvar pengar til at umvæla og út byggja Sornfelli, ber til at hugsa granskingina inn frá byrjan. Ein luftgranskingarstøð á Sornfelli fer at kunna samstarva við aðrar støðir í Norður-Grønlandi, Svalbard og aðrastaðni í norðurlondum, sigur hann.
LUFTIN KENNIR EINGI LANDAMØRK Sigurd Christiansen er onga løtu í iva um, at tað er alneyðugt at fylgja væl við tí, ið sveimar í luftini. – Tað henda stórar broytingar í veðurlagnum á okkara leiðum, og tað hevur stóran týdning at skilja ta samansettu skipanina, sum atmos feran er, og fylgja við í, hvussu veðurlagið broytist yvir longri tíð. Tað kunnu vit bert gera við at máta og greina innihaldið í luftini, sigur hann. Møguleikarnir at gera neyvar luftmátingar eru sera góðir í dag, men útgerðin er dýr. – Tey nýggjastu tólini eru so framkomin, at tey kunnu máta bitl ar, ið eru niður í 1 nanometur. Eitt atom er 0,1 nanometur, og vit eru tí næstan har, at vit kunnu máta atomir og eygleiða evnafrøðiligar tilgongdir í luftini. – Mátiútgerðin er ógvuliga dýr, og vit hava ongan møguleika at klára hetta sjálvi í Føroyum. Mítt hugskot er, at um vit kunnu bjóða fram ta heilt serstøku staðsetingina, sum Sornfelli er, so kunnu vit møgu
liga fáa granskarar, sum hava slíka útgerð, at koma higar og vera við til at seta upp eina sera framkomna luftmátistøð á Sornfelli, sigur Sigurd Christiansen. Hann hevur roynt at fingið fígg ing úr ymsum grunnum til eina luftmátistøð á Sornfelli. Tað hevur enn ikki eydnast, men Norður lendska Ráðharraráðið hevur játtað at fíggja eina verkstovu um ætlan ina. Verkstovan varð hildin í mars í ár, og fleiri av teimum allarfremstu serfrøðingunum innan luftmáting í Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark luttóku. Útlendsku granskararnir sóu stórar møguleikar fyri eini luftmáti støð á Sornfelli, og saman við granskarum frá fleiri føroyskum granskingarstovnum løgdu teir eina ætlan fyri, hvussu farast skuldi fram fyri at gera eina tílíka støð til veruleika. – Tað komu nógv góð hugskot fram, og vit sóu nógvar samstarvs møguleikar í ætlanini. Luftin kennir eingi landamørk, og um vit skulu hava eina heildarmynd av, hvussu bitlar í luftini ferðast, so mugu vit arbeiða saman. Mín vón er, at vit fáa tey fyrstu mátitólini upp á Sornfelli um nøkur fá ár, sigur Sigurd Christiansen.
TAKA FEPURIN AV LUFTINI Gongst sum ætlað, verður møgu leiki fyri at gera nógvar ymiskar luftkanningar á Sornfelli. – Tað eru fleiri ymisk sløg av
Lætt er at koma til og frá Sornfelli
mátingum, sum vit kunnu velja at satsa uppá. Tað kann vera vakstrarog veðurlagsgassir sum koldioxid, methan, svávuldioxid og ozon, tað kann vera luftbitlar, og tað kann eisini vera skýggj. – Tað, sum eg veit mest um, er luftbitlar, og tað hevði verið tað, ið eg hevði valt at hugsavna meg um. Tað kann fara í gongd rættiliga skjótt, tí tólini til at máta luftbitlar kosta ikki meira enn einar 2 milliónir krónur. – At máta luftsamansetingina kann sammetast við at taka fepurin av luftini. Vit kunnu siga, hvaðani luftin kemur, og hvussu dálkað hon er. Lágtrýstini á okkara leiðum byrja ofta í meksikanska flógvanum og ferðast norðureftir framvið eystursíðuni av USA, har nógv dálk
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
7
á Sornfelli kann an um veðurlagið FAKTA Sigurd Christiansen
Sigurd Christiansen sær stórar møguleikar fyri eini framkomnari luftmátistøð á Sornfelli
Sornfelli liggur 747 metrar yvir havfløtuni og hevur frítt útsýni til allar síður
• Offiserur í danska herinum, Verkfrøðideildin 2009-2011 • Bachelor í evnafrøði frá Keypmannahavnar Universiteti 2014 • Master í evnafrøði frá Aarhus Universiteti 2017 • Ph.d. í lofthavs evnafrøði frá Aarhus Universiteti 2020 • Post.doc. granskari á Stockholm Universiteti 2021-2024 • Adjunktur í evnafrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum 2022-
liggja við kai, brenna skitna olju, sigur hann.
HAV OG LUFT SPÆLA SAMAN
Útgerð til luftmáting kann setast upp inni í øðrum radaranum á Sornfelli
ing er. Tey fara síðani framvið Før oyum og víðari móti Norðpólinum, sigur Sigurd Christiansen. Máting av luftbitlum kann eisini hava stóran týdning fyri tilbúgving ina og fyri at meta um avleiðingar av tiltøkum, ið verða sett í verk fyri at minka um dálking.
– Um eitt ávíst skaðiligt evni verður bannað, kunnu vit máta, um tað ger nakran mun í luftini. – Vit kunnu eisini síggja, um vandamiklir bitlar eru í luftini frá einum eldgosi í Íslandi, so tað ikki ber til at flúgva. Ella um tað ávirkar luftina, um ferðamannaskip, ið
At kunna máta innihaldið í luftini hevur eisini alstóran týdning fyri at skilja veðurlagsbroytingarnar. – Vit vita, at dálking hevur árin á veðurlagið. Men yvirskipað vita vit alt ov litið um, hvussu veðurlags skipanin hongur saman. Fyri at kunna siga nakað um, hvussu veður lagið fer at verða, mugu vit fyrst skilja, hvussu tað er nú, og hvussu tað hevur verið fyrr. Tað gera vit millum annað við at máta luftsam ansetingina, kanna hvørjir bitlar eru í luftini, og hvussu teir ávirka ský gerðina, sigur Sigurd Christiansen. Føroyar eru ógvuliga frammaliga, tá tað snýr seg um mátingar í sjónum. Havstovan mátar gróður, saltinnihald, hita og føðsluevnir og ger neyvar metingar av støðuni í sjónum. Hesar kanningar eiga at verða samskipaðar við mátingar av luftini. – Havstovan er ógvuliga fram komin á nógvum økjum. Tey taka til dømis eDNA úr sjónum regluliga. At samskipa kanningar hjá Havstovuni við mátingar í luftini kann hava sera stórt vísindaligt virði. Vit kunnu til dømis síggja, um samband er millum gróðurin á landgrunninum og ský gerðina, sigur Sigurd Christiansen. Málini og ætlanirnar eru stórar,
og við vitjanini hjá útlendsku ser frøðingunum í luftmátingum á Sornfelli er skjøtul nú settur á fyri reikingarnar at fáa eina framkomna luftmátistøð á Sornfelli. Nú mangla bert pengarnir. – Tað skulu bert nakrar fáar milliónir til fyri at fáa fyrstu máti útgerðina upp, men at fáa eina veruliga framkomna máti- og granskingarstøð á Sornfelli, har vit
kanska eisini kunnu hava verkstov ur og ph.d. skúla, fer at kosta nógv. – Fleiri av okkum eru til reiðar at søkja pengar saman frá grunnum í Føroyum, Danmark og Evropa til útgerð og hølir. Tað hevði verið upp lagt, um vit gjørdu byrjunaríløgur nar til mátingarnar i Føroyum, so kundu hini komið við teirra ógvu liga framkomnu tólum, sigur Sigurd Christiansen.
Arktis og veðurlagsbroytingar Stórar broytingar henda í Arktis orsakað av mannaskaptum veðurlagsbroytingum. Miðalhitin økist næstan 4 ferðir so skjótt sum í restini av heiminum. Broytingar í Arktis hava stórt árin á veðurlagsskipanina í øllum heiminum. Tær ávirka beinleiðis veðrið, havstreymar, vistskipanir og geopolitisku støðuna. Ein avgerandi drívmegi til veðurlagsbroytingar er útlát av veðurlagsgassum og luftdálking. Meginparturin av luftdálkingini stavar ikki frá útláti í Arktis, men verður flutt hagar frá Norðuramerika, Evropa og Asia. Roknað verður við, at arktiska havið verður ísfrítt um summarið í okkara livitíð. Umhvørvið í Arktis fer í størri mun at verða ávirkað av havinum og minni av ísinum. Nýggjar siglileiðir fara at taka seg upp, tá ísurin hvørvur. Skipaferðsla og ídnaðarligt virksemi fara at fáa beinleiðis ávirkan á atmosferuna og veðurlagið.
8
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Vit kunnu ikki krógva okkum longur Russisk fiskiskip eru undir illgruna fyri eisini at njósnast í føroyskum sjógvi
Føroyar hava flutt seg langt síðani russisku hertøkuna av Krim fyri tíggju árum síðani, tá Føroyar ikki mótmæltu, men tvørturímóti øktu samstarvið við Russland. Almennu Føroyar fordøma nú russiska álopið á Ukraina, og samhandilin við russar er minkaður niður í helvt. Vit liva í einum nýggjum geopolitiskum veruleika við øktum stríði millum stórveldini. Fyri smátjóðir er tað vorðið truplari at vera neutral og vinir við øll, og heimurin tvingar okkum í størri mun at velja síðu, heldur Heini í Skorini, granskari, ið fer at greina viðurskiftini millum Føroyar og Russland Eftir Dagmar Joensen-Næs Føroyar hava verið fyri hørðum at finningum í altjóða miðlum, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina tann 24. februar 2022, tí vit fram vegis hava tætt samstarv við russar. Eisini heima í Føroyum hevur verið rópt hart um, at alt samstarv við russar eigur at steðga. Kortini hevur landsstýrið tvær ferðir síðani innrásina skrivað und ir nýggjan fiskiveiðisáttmála við russisku stjórnina. Og líkt er til, at triði sáttmálin um sínámillum fiski veiðu verður gjørdur í heyst. Heini í Skorini, granskari á Søguog Samfelagsdeildini á Fróðskapar setrinum, hevur fingið fígging frá granskingarskránni um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk - FASDiNA, sum Granskingarráðið umsitur, til
at greina týdningin og ávirkanina av búskaparliga samstarvinum millum Russland og Føroyar. – Sjálvt politikarar í Uttanlands nevndini siga, at tey vita alt ov lítið um avleiðingar av teimum avgerð um, ið skulu takast. Tí er neyðugt hjá øllum góðum kreftum at greina hesi viðurskifti fyri at tryggja, at avgerðir verða tiknar á einum upp lýstum grundarlagi, sigur hann. Við í greiningararbeiðnum verða umframt granskarar á Søgu- og Samfelagsdeildini eisini greinarar í Vinnuhúsinum og á donskum granskingarstovnum, og harum framt er ein granskingarhjálpari settur at savna dátur av ymsum slagi. Endamálið við kanningunum er at greina bæði búskaparligar og trygdarpolitiskar avleiðingar av
ymiskum avgerðum, ið Føroyar kunnu taka mótvegis Russlandi. – Samstarvið við Russland snýr seg ikki bert um fisk og pengar. Tað snýr seg eisini um trygdarpolitikk, føroyskan innanríkispolitikk og lokal fíggjarlig áhugamál, sigur Heini í Skorini.
FØROYAR HAVA FLUTT SEG Føroyar og Russland hava havt avtalu um fiskiveiðu hjá hvørjum øðrum síðani 1977. Seinastu 15 árini er útflutningurin til Russlands vaksin nógv – eisini eftir russisku innrásina í Krim í 2014. Tá russar hertóku ukrainsku Krim hálvoynna, mótmæltu øll ESlond og Ísland harðliga og settu revsitiltøk móti Russlandi í verk. Eingi mótmælir komu tá úr Føroy um, sum tvørturímóti øktu sam starvið við russar og lótu sendi stovu upp í Moskva. – Ein orsøk til tað var, at ES hevði sett handilsbann í verk móti Føroyum, og at Føroyar tí høvdu brúk fyri øðrum marknaðum. Men vit gjørdu okkum dælt av støðuni og gingu beint ímóti hinum evrope isku londunum, sigur Heini í Skor ini. Tá Russland leyp á Ukraina í 2022, var støðan í Føroyum ein heilt onnur. Føroya landsstýri var mill um tey fyrstu at fordøma álopið, og føroyska alivinnan gjørdi bart bein anvegin og gavst at selja laks til russar. Føroyar hava eisini sent pengar til Ukraina, tikið ímóti flóttafólkum, samtykt ES-sanktión
”Vit eru stolt av, at okkara forfedrar sigldu fisk til Bretlands undir seinna heimsbardaga. Vit høvdu ikki verið so stolt, um okkara forfedrar høvdu siglt fisk til Týsklands undir seinna heimsbardaga. Og okkara eftirkomarar fara neyvan at verða stoltir av okkum, um vit metta russiska fólkið, samstundis sum russiska krígsmaskinan bumbar eitt frælst land og ósek fólk.” “Álopið hjá Russlandi á Ukraina eru ikki bara brot á grundleggjandi altjóðarættarligar reglur, men er eisini moralskt, etiskt og menniskjaliga forkastiligt. Tískil eiga vit at fordøma krígsgerðirnar hjá Russlandi. Ikki bara í orðum, men eisini í verki. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava fyri langari tíð síðan boðað frá, at vit eiga at steðga samhandlinum við Russland.” Viðmerkingar frá minniluta í Uttanlandsnevndini (Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal) til løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina 2. mai 2022 ir ímóti Russlandi og lutvís stongt føroyskar havnir fyri russiskum skipum. Tað var alivinnan, ið av sínum eintingum valdi at steðga útflutn inginum til Russlands beint eftir innrásina. Pelagiska vinnan selur framvegis sild og makrel til Russ lands.
– Alivinnan hevur staðið seg væl síðani avgerðina um at steðga út flutningi til Russlands, tí øll verðin vil hava laks. Men alifyritøkurnar kundu ikki vita, hvørjar avleiðingar nar fóru at vera, tá tær tóku hesa avgerðina. – Pelagiska vinnan hevur ikki eins lætt við at finna nýggjar
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
SØGA 1977
Føroyar gera fyrstu fiskiveiðusavtaluna við Russland. Avtalan verður hereftir endurnýggjað á hvørjum ári.
2013
ES setir í verk revsitiltøk móti Føroyum orsakað av fiskiveiðuósemju í Norðuratlantshavi.
2014
Russland hertekur ukrainsku Krim hálvoynna. ES lond og Ísland fordøma innrásina og seta revsitiltøk í verk móti Russlandi. Føroyar eru ikki við í tiltøkum móti Russlandi orsakað av ES tiltøkunum móti Føroyum. Russland setir í verk bann móti innflutningi av matvørum úr Europa, men ikki úr Føroyum. Løgmaður fer á almenna vitjan í Kreml fyri at styrkja búskaparligu og politisku bondini millum Føroyar og EAEU samgonguna (Russland, Belarus, Kazakhstan, Armenia og Kyrgyzstan). Føroyski útflutningurin til Russlands veksur støðugt úr 10% av samlaða útflutninginum í 2012 til 25% í 2022.
2015
Nýggj føroysk sendistova letur upp í Moskva.
2019
Føroyar og EAEU londini skriva undir eitt sonevnt “Memorandum of Understanding” og fáa altjóða ábreiðslur fyri tað.
2022
Russland ger innrás í Ukraina. Føroyar fordøma innrásina, taka ímóti ukrainskum flóttarfólki og samtykkja øll ES revsitiltøk. Alivinnan steðgar øllum útflutningi til Russlands. Føroyski útflutningurin til Russlands fer niður í helvt.
2023
Landsstýrið setur í verk lutvísan havnastongsul fyri russiskum skipum. Landsstýrið skrivar undir nýggja fiskiveiðuavtalu við Russland. Løgmaður sigur seg vera ímóti avtaluni, men hevur ikki meiriluta.
marknaðir, tí tað eru í høvuðsheit unum Russland, Ukraina og Hvíta russland, ið keypa sild og makrel til matna í stórum nøgdum og vilja gjalda góðan prís fyri hesar vørur. Tí kunnu hesar vinnur ikki bein leiðis samanberast, sigur Heini í Skorini. ES hevur sett eina røð av revsi tiltøkum í verk móti Russlandi, sum løgtingið hevur samtykt at fylgja. Tiltøkini hava tó ongan praktiskan týdning fyri Føroyar, tí vit selja bert fisk til Russlands, og matvørur eru ikki partur av revsitiltøkunum. – Føroyar hava veruliga flutt seg nógv. Vit hava í høvuðsheitum gjørt tað, sum hini londini í Evropa hava gjørt. Vit selja mat til Russ land, men onnur evropeisk lond keypa framvegis olju og gass fyri milliardir hvønn dag frá Russlandi. Tað er eisini munur á at selja og fáa pengar frá Russlandi og at keypa og gjalda pening til Russlands. – Hóast atfinningarnar móti Føroyum eru onnur lond ikki betri enn vit. Sjálvt um innflutningurin av olju og gassi úr Russlandi er minkaður nógv, so keypa Danmark
og onnur land framvegis olju og gass úr Russlandi. Og lond og fyri tøkur finna áhaldandi nýggjar leið ir at umgangast revsitiltøkini. Brádliga fara evropeisk lond at selja øðiliga nógv til til dømis Kazakhstan, sum verður transit land fyri vørum, ið so enda í Russ landi kortini. – Tað, at vit ikki eru verri enn hini, er tó onki argument í sær sjálvum. Vit mugu taka tær av gerðir, sum eru best fyri okkum. Men stóri spurningurin er, um vit skulu fara longri enn hini evrope isku londini, sigur Heini í Skorini.
AVTALUR Á STJÓRNARSTIGI Fiskiveiðusamstarvið hevur verið eitt glóðheitt politiskt evni í Føroy um síðani russisku innrásina í Ukraina. Hóast alla fordøming og revsitiltøk verða avtalur framvegis gjørdar við russisku stjórnina um føroyska fiskiveiðu í Barentshavin um og russiska fiskiveiðu í føroysk um sjógvi. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vildu steðga øllum samstarvi við
russar, tá kríggið byrjaði. Hesir flokkar sótu tá í andstøðu, men eru síðani komnir í samgongu, og í november í fjør skrivaði formað urin í Javnaðarflokkinum sum løg maður undir nýggja fiskiveiðiav talu við russisku stjórnina. Hann segði seg framvegis vera ímóti avtaluni, men var komin í minni luta, tí ein meiriluti í Tjóðveldi nú vildi endurnýggja avtaluna. – Formenninir í Javnaðarflokk inum og Tjóðveldi klintraðu høgt upp á tann moralska hestin, tá teir vóru í andstøðu, men tað er munur á at vera í andstøðu og samgongu. Tað er ein løgin støða, at vit hava eina avtalu við Russland, sum okk ara løgmaður er ímóti. Tað hevði helst ikki gingið í øðrum londum á okkara leiðum, at ein stjórnarleiðari alment var ímóti førda russlands politikkinum, sigur Heini í Skorini. Samráðingar um fiskiveiðiav talu við Russland verða aftur í heyst. – Vinnan gongur út frá, at tá hendan samgongan hevur longt sáttmálan eina ferð, so verður tað gjørt aftur. Spurningurin er, um okkara størsti stjórnarberandi flokkur aftur kann liva við einum russlandssáttmála, sum hann sigur seg vera ímóti, heldur Heini. Fiskiveiðiavtalan við Russland er tann mest umstríddi parturin av føroyska russlandspolitikkinum. – At Føroyar framvegis gera av talur við russisku stjórnina er í sjálvum sær umstrítt. Tað er munur á at selja mat til tey, ið vilja keypa frá okkum, og so at hava eina avtalu á stjórnarstigi við eitt krígs førandi land, sum fyri stuttum gjørdi innrás í eina aðra sjálv støðuga tjóð í Evropa, sigur Heini í Skorini. – Grundleggjandi snýr hetta seg um fíggjarlig áhugamál, sum bresta saman við øðrum virðum og trygdarpolitiskum atlitum. Lands stýrið ynskir jú eisini ein frí handilssáttmála við Kina, sum heldur ikki virðir grundleggjandi mannarættindi. Hann heldur ikki, at fiskiveiði avtalan við Russland hevur av gerandi týdning fyri føroyska bú skapin. – Tað hevði sjálvandi rakt nøkur reiðarí og tær familjur, sum eru tengdar at hesum fiskiskapinum, um vit góvust at fiska í russiskum sjógvi. Tað skal ikki undirmetast, serliga havandi í huga tær íløgur, ið eru gjørdar í nýggjar trolarar. Men samfelagsbúskaparliga hevur sátt málin ikki tann stóra týdningin. Vit høvdu mist atgongd til botnfisk í Barentshavinum, men so høvdu Føroyar í staðin kunnað fiskað tað, sum russar fiska í føroyskum sjógvi, sigur hann. Nakrir politikarar hava ført fram, at tað møguliga hevði gjørt tað lættari at fingið eina fríhandils avtalu við ES, um vit steðga sam starvinum við russar. – Tað er helst ikki so lætt, sum tað verður sagt, tí vit hava lítlan týdning fyri ES, og vinnulig áhuga
9
FAKTA Heini í Skorini
• Lektari og varadekanur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum • Bachelor í politiskum vísindum frá Københavns Universitet 2008 • Master í átrúnaði í nútíðar samfelagi frá Department of Theology and Religious Studies, King’s College London 2010 • Ph.d. í altjóða politikki frá Department of War Studies, King´s College London 2017 Heini í Skorini, lektari og granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, fer at greina árinið av samstarvi við Russland fyri búskapin og trygdina í Føroyum. Mynd: Vilas Oluf Thaulow
mál í ES hava ikki gloymt gomlu ósemjuna um sild og makrel, tá ES boykottaði Føroyar. Men hetta er eisini ein spurningur, sum er verdur at greina nærri, sigur Heini í Skorini.
FISKISKIP VIÐ HERNAÐARLIGUM UPPGÁVUM Endamálið við greiningarverk ætlanini er ikki bert at skráseta bú skaparligar avleiðingar, men eisini trygdarpolitisk árin. – Spurningurin er, um Russland hevur onnur áhugamál enn at fiska við Føroyar. Russland hevur fyri fáum árum síðani samtykt eina nýggja maritima doktrin fyri allan tann russiska flotan, har tað stend ur greitt, at Russland í størri mun skal brúka sín sivila flota til at útinna hernaðarligar uppgávur. – Vit hava hoyrt um, at russisk skip njósnast og kvetta káplar á havsins botni. Tað er trupult at prógva, hvat hendir, men vit skulu ikki vera bláoygd, serliga tá Russ land hevur samtykt eina slíka doktrin. Tá vit loyva russiskari skipaferðslu í okkara sjóøki, so lata vit í øllum føri upp fyri møguleik anum fyri, at tað verður brúkt hernaðarliga, sigur Heini í Skorini. Løgtingið hevur í trygdar politisku semjuni, ið varð samtykt í mai, fyri fyrstu ferð gjørt greitt, at Føroyar eru partur av NATO og vesturheiminum. Samstundis held ur samstarvið við Russland fram. – Vit kunnu ikki longur bara vera væl við øll og krógva okkum her úti í Norðuratlantshavi. Nú er ein nýggjur trygdarpolitiskur veru leiki, og onnur sivil málsøki fáa trygdarpolitiskan týdning, eisini handil, fiskur og telesamskifti. Vit hava nøkur búskaparlig áhugamál, ið peika ein veg, og nøkur trygdar politisk áhugamál, ið peika ein annan veg, sigur Heini í Skorini.
Fýra greiningarrit um uttanríkis-, verju- og trygdarmál Granskingarráðið hevur í ár játtað stuðul til fýra greiningarrit (Policy Papers) frá nýggju granskingarskránni í uttanríkistrygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum – FASDiNA. Granskingarskráin er játtað av Fólkatinginum og fyrisitin av Granskingarráðnum. Tilsamans verða væntandi 15,7 mió. kr. milliónir játtaðar í tíðarskeiðinum 2023-2026. Endamálið við greiningar ritunum er at økja vísindaliga vitanargrundarlagið í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Ritini eru hugsað at skula verða grundarlag undir kjaki og samrøðum og víðari gransking í samlaðu granskingarskránni. Tey fýra ritini, ið hava fingið stuðul, eru: Organiseringen af Forsvars-, Udenrigs- og Sikkerhedspolitik under Hybrid Suverænitet - Ulrik Pram Gad. Dansk Institut for Internationale Studier The Faroe Islands, Small States and the Allliance Dilemma - Heini í Skorini, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya Hybrid Threats in the North Atlantic - Tobias Liebetrau, Center for Militære Studier, Københavns Universitet Resilient communication infrastructures in the North Atlantic - Signe Ravn-Højgaard, Tænketanken for Digital Infrastruktur
10
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Fleiri og fleiri børn mistrívast í fólkaskúlanum
Alsamt fleiri børn ganga ikki í skúla Fleiri og fleiri børn mistrívast í fólkaskúlanum og vilja ikki í skúla. Størri dentur má leggjast á sosiala trivnaðin í skúlanum, um gongdin skal vendast, heldur sálarfrøðingur, ið fer at granska skúlafráveru í eini ph.d. verkætlan. Kanningarnar hjá honum skulu taka útgangsstøði í barnsins sjónarhorni Eftir Dagmar Joensen-Næs Pætur Zachariasson var nýútbúgv in sálarfrøðingur, tá hann fekk arbeiði á Sernámi í 2021. Tað vísti seg skjótt, at fleiri av teimum børn um, sum vóru ávíst til at fáa hjálp frá Sernámi, høvdu ein felags trupulleika, sum var, at tey vildu ikki í skúla. Nøkur vóru bara í skúla við hvørt, nøkur vóru heilt givin at ganga í skúla. – Tað komu fleiri og fleiri av hes um tilburðum, meðan eg arbeiddi í Sernámi. Eg visti einki um hetta evni frammanundan. Á Sernámi var hetta ikki eitt ókent fyribrigdi, men nú er tað vorðið eitt av høvuðs evnunum, sum tey arbeiða við, sigur hann. Í Danmark eru 14% av næming unum ikki í skúla meira enn 10% av tíðini, sum verður roknað sum
longd skúlafrávera. Tøl úr Noregi og Svøríki vísa sama mun av fráveru. Ongi verulig hagtøl eru fyri, hvussu nógv føroysk børn ikki ganga í skúla ella bert eru í skúla onkuntíð. Føroysku skúlarnir skrá seta fráveru hjá næmingunum, men skrásetingarnar verða ikki samskipaðar. Arbeitt verður við at gera eina felags skipan fyri skráset ingar, so Undirvísingarstýrið kann gera hagtøl, ið vísa samlaðu skúla fráveruna. – Vit hava ikki nágreinilig tøl, men vit hava greiðar ábendingar um, at støðan í Føroyum ikki er frægari enn í grannalondunum. Eitt er ávísingarnar til Sernám, sum eru vorðnar nógv fleiri seinastu árini. Eitt annað er tímarnir til heima undirvísing, sum eisini eru vorðnir nógv fleiri, sigur Pætur Zacharias son.
Næmingar hava rætt til heimau ndirvísing ella sjúkraundirvísing, tá teir ikki eru í skúla í meira enn tvær vikur. Í fjør játtaði Undirvísingar stýrið 9.300 undirvísingartímar til næmingar, ið ikki eru í skúla. Kostnaðurin fyri tað var 3,5 milli ónir kr. Hetta er ein vøkstur uppá ikki minni enn 93% í mun til fyri fimm árum síðani. – Tað er eingin ivi um, at vit eisini hava skuggatøl, og at veruligu tølini tí eru uppaftur hægri. Um framt tey, sum ikki koma í skúla í fleiri mánaðir ella gevast heilt at ganga í skúla, eru eisini nógv, sum bara koma í skúla við hvørt. Samlaða fráveran hjá teimum kann verða rættiliga høg, men tey fáa ikki heimaundirvísing og verða tí ikki skrásett nakra staðni, sigur Pætur Zachariasson.
EIN YVIRSKIPAÐUR TRUPULLEIKI Sernámsfrøðiligar stuðulsskipanir flokka vanliga skúlafráveru í fýra kassar, sum verða nýttir sum út gangsstøði fyri, hvørja hjálp ein næmingur skal fáa. Í tí fyrsta kass anum er skúlaaftran vegna psyko sosialar avbjóðingar sum angist ella ADHD. Í tí næsta er frávera av foreldraávum, sum kann vera vant
andi førleiki at fáa børnini upp og í skúla ella mótstøða móti skúlanum. Í triðja kassanum er skulk, tí næm ingar heldur vilja okkurt annað enn at fara í skula, til dømis at sita heima og spæla teldu. Og í fjórða kassanum er frávera av skúlaávum, tí næmingurin til dømis verður happaður í skúlanum ella ikki fær tann stuðul, honum tørvar. Pætur Zachariasson er ikki samdur í, at skúlafrávera eigur at verða býtt upp á hendan hátt. – Tá eg arbeiddi á Sernámi, bleiv eg skjótt greiður yvir, at tað ikki ber til at finna tann rætta kassan til hvønn næming. Orsøkirnar til skúlafráveruna eru altíð ein bland ingur av fleiri sløgum, sigur hann. Í staðin fyri at flokka skúlafrá veru í kassar fer Pætur Zacharias son í sínari gransking at hyggja at skúlafráveruni í einum breiðari perspektivi. – Nógv gransking í skúlafráveru tekur útgangsstøði í avbjóðingum hjá tí einstaka barninum, og tað ger tað lutfalsliga lætt. Tað kann til dømis vera, at barnið hevur autismu ella avbjóðingar við inn læringsevnunum. Vit finna okkurt, sum barnið manglar, og royna at kompensera fyri tí við at tillaga frálærutilfarið ella koyra barnið í
Skúlafrávera er ein endurspegl ing av teimum avbjóðingum, sum børn hava í dag. Tað er ein handlings møguleiki, sum børn hava. Tey eru kanska útihýst av felagsskapinum í skúlanum, men hava ein felags skap á netinum, har tey eru góðtikin og klára seg væl
ein serflokk. Tað riggar eisini ofta, men tað er ikki øll søgan.
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
11
FLOKKING AV SKÚLAFRÁVERU Skúlaaftran vegna psykososialar avbjóðingar – Angist – Tunglyndi – Autisma – ADHD – Etingarólag
Frávera av foreldraávum – Misbrúk ella egnar sálarligar avbjóðingar – Megna ikki at fáa barnið upp og í skúla – Mótstøða móti skúlanum
Skulk – Barnið vil heldur spæla telduspøl, sova ella hanga út við vinfólki
Frávera av skúlaávum – Frálæruhátturin er óhóskandi ella ágangandi – Trupult samband millum lærara og næming – Happing – Vantandi stuðul
Pætur Zachariasson fer undir eina ph.d. verkætlan, ið skal greina, hví so nógv børn ikki vilja í skúla
Talið á børnum, ið fáa heima- og sjúkraundirvísing ella undirvísing í sertilboði, er nógv hækkað seinastu árini. Tilsamans 360 børn fingu sertilboð ella heimaundirvísing seinasta skúlaár.
– Skúlafrávera er eitt sera samansett fyribrigdi, sum eftir mín um tykki í nógv størri mun er eitt tekin um ein yvirskipaðan trupul leika enn eitt brek hjá tí einstaka barninum. Vit kunnu tí ikki nýta diagnosur og annað ítøkiligt til at loysa hendan trupulleikan, sigur hann. Pætur Zachariasson ætlar í størri mun at seta fokus á skúla skipanina enn á tað einstaka barnið. – Fyri at skilja trupulleikarnar eiga vit heldur enn bert at hava fokus á barnið at fara longur upp og hyggja at fyrst flokkinum og vina bólkinum og síðani skúlanum og skúlaskipanini. – Skúlafráveran tekur seg altíð upp í einum samspæli millum ein staklingin og skipanina. Skúlin er altíð ein partur av orsøkini til skúlafráveru. Spurningurin má vera, hvussu skúlin kann tillaga seg til tað barnið, sum gongur í skúlan um, sigur hann.
MEIRA FERÐ OG HÆGRI KRØV Samfelagið er nógv broytt tey síðstu 20-30 árini, og nógv børn og ung í dag hava sálarligar trupulleik ar av ymsum slagi. – Ferðin í samfelagnum er vorðin nógv skjótari, og krøvini eru vaksin. Vit vilja hava borgarar, ið eru framfýsnir og fleksiblir. Fyrr kundu
fólk vera 40-50 ár í sama arbeiði, men nú verður væntað, at tey skulu skifta arbeiði eftir fáum árum. Hetta sæst eisini aftur í skúlanum, har kravt verður, at næmingarnir skulu vera virknir í undirvísingini, arbeiða í bólkum og leggja fram fyri hinum. Tað megna allir næmingar ikki, og fyri at sleppa undan eru tað nøkur, sum ikki vilja í skúla. – Skúlafrávera er ein endur spegling av teimum avbjóðingum, sum børn hava í dag. Tað er ein handlingsmøguleiki, sum børn hava. Tey eru kanska útihýst av felagsskapinum í skúlanum, men hava ein felagsskap á netinum, har tey eru góðtikin og klára seg væl, sigur Pætur Zachariasson. Tað kann hava álvarsligar avleið ingar fyri børn, um tey ikki ganga í skúla, men tað kann eisini vera ein vinningur. – Skúlafrávera kann ganga út yvir tað sosiala og tað fakliga og kanska eisini sálarligu heilsuna. Eitt barn, sum ikki gongur í skúla, er í nógv størri vanda fyri at enda í misbrúki ella kriminaliteti. – Men í summum førum kann tað vera gott fyri barnið ikki at fara í skúla, tí mistrivnaðurin í skúlan um hevur eisini álvarsligar avleið ingar. Barnið handlar meiningsfult út frá teimum umstøðum, tað er í, og um tað ikki trívist í skúlanum, so er tað meiningsfult hjá tí at vera fráverandi. Vit síggja eisini, at
nøkur børn blóma, tá tey taka seg úr skúlanum, sigur Pætur Zach ariasson. Hann heldur ikki, at tað í hvørj um einstøkum føri eigur at vera málið at fáa skúlafráveruna niður. – Vit, sum arbeiða í fólkaskúlan um, eiga at spyrja okkum sjálvi, hvat tað er, sum vit ynskja. Har hugsi eg, at tað týdningarmesta má vera at fáa børnini at trívast. At fáa tey í skúla kemur í aðru røð. Um eitt barn trívist uttanfyri skúlan er tað betur enn, at tað mistrívist í skúlan um. – Endamálið við mínari gransk ing er ikki at fáa kroppin hjá barn inum í skúla aftur, men at skilja, hví barnið ikki er í skúla, og finna fram til loysnir, sum gera, at tað fer at trívast. – Vit skulu ikki skilja skúlafrá veru sum eitt brek hjá tí einstaka næminginum, men sum eina meiningsfulla handling, ið vit skulu royna at fara afturum og skilja. Í staðin fyri at siga, at okkurt er galið við barninum, skulu vit royna at fáa eina breiða fatan av tí, sum hendir í lívinum hjá barninum, ið ger tað meiningsfult fyri tað at taka seg burtur úr skúlanum, sigur Pætur Zachariasson.
VEGURIN SMALKAR Serskipanir verða í alsamt størri mun nýttar at hjálpa børnum, ið hava trupulleikar í fólkaskúlanum.
– Í nógvum førum er tað ein góð hjálp, tí tá verður undirvísingin skræddaraseymað til barnið. Men vit mugu eisini hugsa um, hvat tað er fyri ein skúla, ið vit vilja hava. Sertilboð kompensera fyri onkrum, ið kann vera trupult hjá barninum, men tey eru eisini tekin um vant andi fleksibilitet í tí vanligu skúla stovuni. – Tað, sum hendir í dag, er, at sertilboðini gerast fleiri og fleiri. Krøvini til næmingarnar í vanliga skúlanum vaksa, og tað verða fleiri næmingar, ið pláss ikki er fyri í skúlunum, sum so í staðin mugu í sertilboð. Eg haldi ikki, tað er rætta leiðin at fara. Vit mugu hava ein fólkaskúla, sum rúmar teimum børnum, ið eru borgarar í okkara landi, og ikki smalka normalhug takið so nógv, at tað bert er pláss fyri teimum, ið klára seg ordiliga væl í tí vanliga skúlanum, sigur Pætur Zachariasson. Hann lýsir skúlaskipanina í dag sum ein veg við fleiri sniðgøtum. – Vit hava ein høvuðsveg, sum er fólkaskúlin, og so hava vit nakrar sniðgøtur, sum eru sertilboð. Næm ingarnir eru bilar, sum skulu koyra eftir vegnum frá barndóminum til vaksnamannalívið. Tey, sum ikki megna ferðina á høvuðsvegnum, kunnu fara út á eina sniðgøtu. – Tey seinastu 20-30 árini er veg urin smalkaður, og vit hava fingið nógv fleiri sniðgøtur. Nakrir bilar, sum annars rigga væl, orka ikki at drøna runt á tí smala vegnum alla tíðina, men hava brúka fyri at park era eina løtu. Okkara ábyrgd er at fáa børnini trygt fram í mál í teirra egnu ferð og við at gagnnýta teirra fullu førleikar. Tað krevur, at vit hava eina fleksiblan og rúmligan høvuðsveg, so øll, sum fella uttan fyri smala normaløkið, ikki noyðast út á eina sniðgøtu, sigur hann.
FAKTA Pætur Zachariasson • Útbúgvin sálarfrøðingur (cand.psych.) frá Aalborg Universiteti 2020 • Sálarfrøðingur í Sernámi 2021-2024 • Ph.d. lesandi á Námi og Fróðskaparsetrinum 2024-
ØLL SKULU HAVA EIN VIN Pætur Zachariasson fer í ph.d. verk ætlan síni at hugsavna seg um børn í 7. – 9. flokki. – Tað er í hesum aldursbólkinum, at skúlafráveran serliga ger seg galdandi. Men aloftast hava tekin verið um mistrivnað hjá næming unum fyrr, sum ikki hevur verið møttur á rættan hátt. Í nógvum før um ber til at bøta um trivnaðin tíð liga, so tað ikki kemur hartil, at næmingurin gevst í skúlanum. Tað kann til dømis vera við at ansa eftir, at øll eru partur av einum vinabólki. Tá tey koma upp í 7. flokk, gerst tað meira trupult, tí tá broytast sosialu krøvini, sigur hann. – Fyrsta stigið er at syrgja fyri, at øll børn, sum koma í skúla, hava í minsta lagi ein persón, sum tey kunnu kalla sín vin, og fær tey at føla seg vælkomnan. Tað snýr seg um at skapa ein felagsskap, sum tekur støði í børnunum, og sum tey hava ein leiklut í. Felagsskapurin er ein fyritreyt fyri at kunna gera aðrar broytingar sum, hvussu flokkurin skal síggja út, og hvørji sertilboð skulu vera til hvørji børn. Tað putlispælið skal eisini leggjast, men tað má ikki byrja har, sigur Pætur Zachariasson.
12
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
FULLKOMILEIKIN HEVUR EITT NAVN. Hon eitur Rinka. Hon er sterk. Sjáldsama vøkur. Rinka veksur seg til í Føroyum og verður myndað av brimi og kyrru. Tað er hetta, sum ger hana til heimsins besta laks. Handfarin við nærlagni. Handfarin av náttúruni. Hetta er Rinka. Laksur úr Føroyum frá Mowi.
RINKA.FO
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
4. flokkur í Skála skúla gjørdist Ársins Vitanarfróðu 2024
4. flokkur í Skála skúla, sum nú er 5. flokkur, fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2024. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hvat er tað, sum ger, at tað brennir í munninum, tá tú etur chilli? Hvat kann “sløkkja eldin”?
4. flokkur í Skála skúla var á seturskúla í Norðdepli, tá tey fingu at vita, at tey vóru Ársins Vitanarfróðu.
Tíðliga týsmorgunin 27. august leit aðu umboð fyri Nám og Gransk ingarráðið saman við skúlastjóran um á Skála sær til Norðdepils, har flokkurin var á seturskúla. Næm ingarnir vistu av ongum, tá tey bankaðu á dyrnar og avdúkaðu, at flokkurin hevði vunnið. Næmingarnir blivu eitt sindur kløkkir, men eisini sera glaðir. Tey fingu eitt heiðursbræv umframt 3.000 kr. til flokkin.
VÆL FRÁGINGIN UPPGÁVA Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevur lisið og mett um innkomnu frágreiðingarnar til kappingina um at gerast Ársins Vitanarfróðu. Í nevndini vóru Sjúrður Hammer, granskari, Henny Dánialsdóttir og Bogi Otthamar, lærarar og ráðgevar á Námi, og Brynhild Næs Petersen fyri Granskingarráðið. Henny Dánialsdóttir segði mill um annað soleiðis um frágreiðing ina um kili: – Vit hildu, at tykkara uppgáva var væl frágingin. Tit hava valt ein áhugaverdan undranarspurning og hava sett nakrar góðar hypotes
ur, áðrenn tit fóru í gongd við at kanna. – Arbeiðið var væl skipað og vísti, at tit duga at brúka arbeiðs háttin hjá teimum Vitanarfróðu. – Spurningurin, tit hava kannað, er tikin úr gerandisdegnum hjá flestu av tykkum, og tit skriva, hvussu tit byggja á egnar royndir við at eta kili fyri síðani at kanna hetta vísindaliga og fylgja kann ingarætlanini, sum tit løgdu. – Kanningarnar vóru væl lýstar, og nógvu góðu myndirnar vístu, hvussu tit hava arbeitt sum ordi ligir granskarar fyri at svara tykk ara undranarspurningi.”
Kvívíkar skúli fekk serstakt herðaklapp Dómsnevndin fyri Ársins Vitan arfróðu valdi sum nakað serstakt í ár at geva eitt “herðaklapp” til allar teir luttakandi bólkarnar úr Kvívíkar skúla. Herðaklappið var fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði. Umboð fyri Nám og Gransk ingarráðið vitjaðu týsdagin 27. august Kvívíkar skúla. Allur skúlin var samlaður í miðhøllini, tá kunn gjørt varð, at allir fimm bólkarnir
í Kvívíkar skúla, ið høvdu luttikið í kappingini, fáa herðaklapp fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði. Um framt serliga heiðurin fingu næm ingarnir 2000 kr. Henny Dánjalsdóttir frá dóms nevndini segði millum annað so leiðis: – Í uppgávunum hava tit lýst arbeiðsháttin hjá teimum Vitanar fróðu sera væl.
– Vit halda okkum síggja, at tit veruliga hava arbeitt væl saman í bólkunum, at tit hava kannað ymisk evnir á ymiskar mátar. Nógvu myndirnar, tað ofta stuttliga skrivingarlagið og ikki minst eisini video-filmarnir hava veruliga víst okkum, at kanningar arbeiðið ikki bert hevur verið læruríkt, men eisini sera stuttligt.
Fimm flokkar úr Kvívíkar skúla fingu serstakt herðaklapp fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði.
Allir næmingar kunnu luttaka í kappingini um Ársins Vitanarfróðu Granskingarráðið og Nám hava í nøkur ár skipað fyri kapping um at gerast Ársins Vitanarfróðu.
Kanningarnar hjá næm ingunum byggja á egnar royndir við at eta kili.
Allir næmingar í landinum kunnu luttaka í kappingini. Tað er bara at velja eitt gott evni at kanna, og síðani fylgja læruleiðini hjá teimum Vit anarfróðu, sum sæst á heima síðuni hjá Granskingarráðn um – gransking.fo.
STUTTLIG OG KVEIKJANDI LÆRULEIÐ
Næmingarnir keypa kili til kanningina.
13
Kanningarhátturin hjá teim um Vitanarfróðu leggur upp til at undrast, kanna, spyrja, granska, forvitnast og fortelja um eitt evni, sum næming arnir sjálvir velja. Kanningar hátturin riggar sera væl til bólkaarbeiði.
Tað eru nógv góð evnir úr gerandisdegnum, ið til ber at kanna og skriva frágreiðing um.
Leisturin hevur 6 ymisk stig. Lærarin kann hjálpa og leggja lag á, men næmingarnir mugu sjálvir eiga frágreiðing ina. Fyri at vera við í kappingini um at gerast Ársins Vitanar fróðu, má arbeiðið savnast í eina frágreiðing, sum skal sendast til Granskingarráðið. Frágreiðingin er serliga ætlað 4.-7. floks næmingum, men onnur kunnu eisini vera við. Arbeiðast kann alt skúla árið. Freistin fyri at lata frá greiðingar inn er mitt í mai. Ársins Vitanarfróðu er skipað eftir leisti hjá Ny sgjerrigper í Noregi. Skipanin er gjørd einfaldari og lagað til føroysk viðurskifti.
14
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Kenslulig møði fær umsorganarstarvsfólk at brenna út Stórt trot er á starvsfólki til umsorganararbeiði, men torført er at fáa fólk at søkja størvini og at halda fram í arbeiðinum. Ein granskingarverkætlan skal nú royna at fáa umsorganarstarvsfólk at trívast betur í arbeiðinum og forða fyri, at tey kensluligu krøvini fáa tey at brenna út Eftir Dagmar Joensen-Næs Fleiri og fleiri føroyingar gerast eldri og fáa tørv á røkt og umsorgan. Samstundis eru tað færri, ið velja umsorganararbeiði sum sítt lívs starv. Og fleiri teirra, sum starvast við fólki, ið krevja røkt, verða ikki leingi í størvunum, men leita burtur til annað arbeiði. Trotið á starvsfólki til um sorganararbeiði er ein álvarsligur trupulleiki ikki bert fyri tey, ið hava tørv á røkt og umsorgan, men eisini fyri alt samfelagið. Hendan trupulleikan ætla Annika Helgadóttir Davidsen og Esther Djurhuus, ið báðar eru sálarfrøð ingar, at kanna nærri og royna at finna loysnir fyri. Tær hava fingið 1,4 millión kr. í stuðli frá Granskingarráðnum til eina granskingarverkætlan, sum skal kanna, um toymisinterventión við sálarfrøðiligum tryggleika kann betra um sálarliga arbeiðs umhvørvið hjá umsorganarstarvs fólki. Granskingin verður skipað sum ein ph.d. verkætlan, ið Esther Djurhuus, sálarfrøðingur á Lands sjúkrahúsinum, fer at standa fyri. Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum, verður vegleiðari hjá henni saman við Pál Weihe, professara á Fróðskapar setrinum, og Elisabeth Huidtfeldt Madsen, seniorgranskara á Syd dansk Universitet.
TYNGJANDI AT ARBEIÐA VIÐ FÓLKI Fleiri orsøkir eru til, at ov fá velja umsorgan sum sína yrkisleið. – Lønarlagið er lágt, og arbeiðið er ikki høgt í metum. Orðið um sorgan leggur meira upp til menn iskjansligar dygdir enn til fakligar
førleikar. Nógv hava enn eina fat an av, at umsorgan fyri øðrum er nakað, ið er natúrligt serliga hjá kvinnum, heldur enn eitt veruligt yrki, sigur Annika Helgadóttir. Ph.d. verkætlanin fer serliga at snúgva seg um, hvat kann gerast fyri, at umsorganarstarvsfólk í størri mun støðast í størvum sínum. Ein nýggj stór kanning av arb eiðsumhvørvi í Føroyum, sum Annika Helgadóttir Davidsen hev ur staðið fyri, vísir, at nógvar kvinnur í umsorganarstørvum eru raktar av kensluligari møði. – Vit vita, at kensluligu krøvini í umsorganararbeiði eru høg. Tað er tyngjandi at arbeiða við fólki, og tað kemur ofta óvart á starvs fólk, hvussu tyngjandi kensluligu krøvini kunnu vera. – Tey flestu, ið arbeiða við fólki, kenna til kensluliga møði í tíðar skeiðum, men finna so stevið aftur. Men nøkur verða so hart rakt av umsorganarmøði, at tey velja at fara úr starvi og heldur gera okkurt heilt annað, sigur Annika Helgadóttir Davidsen. Kensluligu krøvini eru ein natúrligur partur av umsorganar arbeiði, sum starvsfólk mugu læra at liva við. – Umsorganarstarvsfólk eru noydd at involvera seg kensluliga í sínum arbeiði. Tað er ein treyt í arbeiðinum, og loysnin er ikki at lata vera við at involvera seg, men at finna ein máta at gera tað minni tyngjandi, sigur Annika Helga dóttir. Nógv umsorganarstarvsfólk megna væl at arbeiða við fólki, ið eru illa fyri, uttan sjálvi at fáa trupulleikar av tí. – Tey flestu klára fínt at fara inn og út úr kenslunum. Tey verða ávirkaði av teimum støðum, tey møta, men megna at handfara tað
og koma til arbeiðis dagin eftir uttan nakran trupulleika. – Men hjá summum koma søgurnar og kenslurnar hjá fólki, ið tey skulu veita umsorgan, inn um á ein óhepnan hátt. Tey taka tær heim við og kunnu verða ávirkaði í sínum egnu sambond um. Tey verða útlúgvaði og mátt leys og kunnu fáa eyðkenni, ið líkj ast tunglyndi, sigur Annika Helgadóttir Davidsen. Um starvsfólk verða rakt av umsorganarmøði, kann tað eisini ávirka arbeiðsuppgávurnar.
TOSA UM STRÆVNAR KENSLUR Fleiri átøk eru, sum kunnu forða fyri, at fólk í umsorganarstørvum brenna út vegna kensluliga møði. – Vit vita, at útbúgving hjálpir, og at arbeiðsmentanin hevur nógv at siga. Tað hevur stóran týdning, hvussu arbeiðstoymini verða skip að, og hvussu starvsfólk tosa sam an um tær strævnu kenslurnar, sigur Annika Helgadóttir. Fleiri arbeiðspláss eru tilvitað um at lofta starvsfólkum, ið koma út fyri krevjandi støðum. Serliga tá tað snýr seg um ógvisligar hendingar. – Fleiri staðni eru ætlanir gjørdar fyri, hvussu starvsfólk kunnu fáa sálarfrøðiliga hjálp, tá tey hava verið fyri stórum álvars ligum hendingum. Men tað er eis ini týdningarmikið at halda eyga við tí, sum hendir, tá starvsfólk áhaldandi møta krevjandi støðum og spakuliga verða ávirkaði. Tað kann vera minst líka vandamikið sum tann stóra kreppan, sigur Annika Helgadóttir Davidsen. Tiltøk, sum kunnu lætta um kensluligu møðina hjá umsorg anarstarvsfólki, kunnu setast í verk á fleiri stigum. – Starvsfólk eru ymisk og hava ymiskar søgur og lívsroyndir, sum kunnu geva teimum mátar at handfara tey kensluligu krøvini. Men tað er eisini sera týdningar mikið, at starvsfelagar hjálpa hvørjum øðrum. Tað er umráðandi at tosa við sínar starvsfelagar um tað, sum hendir, og at toymir ella deildir gera ætlanir fyri, hvussu farast skal fram, tá ið onkur hevur tað trupult kensluliga.
Spurnakanning um arbeiðsumhvørvi, heilsu og trivnað hjá arbeiðstakarum í Føroyum 2024: Føroyskir arbeiðstakarar uppliva í miðal at vera meiri fyri kensluligum krøvum í arbeiðinum enn danskir arbeiðstakarar. Stórur munur er á, hvussu menn og kvinnur uppliva kenslulig krøv í arbeiðinum. Kvinnur uppliva í miðal kenslulig krøv í størri mun í arbeiðinum enn menn. Persónar í aldrinum 35 til 54 ár uppliva í størri mun kenslulig krøv í arbeiðinum enn persónar yvir 65 ár. Persónar, ið arbeiða á heilsuøkinum og innan undirvísing og námsfrøðiligt arbeiði, meta kenslulig krøv í arbeiðinum at vera týðiliga hægri enn aðrir starvsbólkar.
Kenslulig krøv í arbeiðinum Kenslulig krøv í arbeiðinum snúgva seg um upplivingina hjá arbeiðstakaranum av kensluliga krevjandi støðum í sambandi við teirra arbeiði. Kensluliga krevjandi støður kunnu t.d. vera, um mann hevur við persónar at gera, sum eru mótvilligir ella ágangandi, ella um mann skal fyrihalda seg til persónar, ið eru komnir illa fyri í lívinum, sum fylgja av eitt nú heilsutrupulleikum ella øðrum sosialum tilburðum. Kenslulig krøv kunnu vera sálarliga tyngjandi og hava við sær, at arbeiðstakarar noyðast at gera eina stóra kensluliga orkuíløgu til tess at vera førir fyri at røkja starv sítt. Kanningar hava staðfest, at høg kenslulig krøv í arbeiðinum hanga saman við ynskjum um at gevast á arbeiðsplássinum, sálarligum heilsutrupulleikum og drúgvari sjúkufráveru. Kanningar hava tó eisini staðfest, at høg kenslulig krøv hanga saman við einari kenslu av meining í arbeiðinum. Kenslulig krøv kunnu soleiðis bæði vera ein møgulig byrða í arbeiðinum, men kunnu eisini vera við til at skapa meining fyri nakrar arbeiðstakarar í ávísum starvsgreinum.
1200 fleiri yvir 80 ár Talið á eldri fólki í Føroyum fer at vaksa skjótt komandi árini, samstundis sum burðartalið fellur. Roknað verður við, at talið av fólki yvir 80 ár fer at vaksa við 1200 fólkum ella 52% næstu 10 árini. Mett verður, at tørvur verður á 500 fleiri umsorganarstarvsfólkum um 10 ár.
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Starvsfólk á ellisheimum eru millum teirra, ið eru í vanda fyri at verða rakt av umsorganarmøði
15
STUÐ UL TIL GRANSKING OG KANNINGAR UM ARBEIÐ SMARKNAÐ IN Granskingarráðið hevur í ár játtað stuðul til eina granskingar verkætlan og tríggjar kanningar um arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum, sum Granskingarráðið fekk at umsita, tá grunnurin varð avtikin í 2022. Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera verkætlanir, sum fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og verkætlanir, sum hava serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum. Hesar verkætlanir fingu stuðul í ár: Annika H. Davidsen: "Virknaðurin av toymisinterventión á kensluliga møði hjá føroyskum umsorganarstarvsfólki" Granskingarverkætlan á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - kr 1.340.000
– Harumframt hevur tað eisini týdning, hvussu leiðslan skipar arbeiðsplássið. Til dømis við at starvsfólk ikki eru einsamøll á vakt, sum vit vita kann hava eina verri ávirkan, tá krevjandi støður taka seg upp, enn um tey hava eitt toymi rundan um seg, sigur Annika Helgadóttir Davidsen. Kanningarnar, ið ætlanin er at gera, fara ikki bert at snúgva seg um umsorganarstarvsfólk, ið arb eiða við eldri og óhjálpnum ella við børnum. – Vit ætla at fevna um kenslu liga møði í sambandi við umsorgan í breiðari merking. Kenslulig krøv eru eisini ein partur av arbeiðinum hjá øðrum starvsbólkum, sum í sínum arbeiði koma í samband við fólk, ið eru undir trýsti ella í neyð. Tað kann til dømis vera løgreglu fólk, starvsfólk í varðhaldinum, sálarfrøðingar og læknar. – Talan kann eisini vera um starvsfólk, ið verða óbeinleiðis rakt. Tað kann til dømis vera skrivarar ella hjásitar á sjúkrahús inum, sum ikki hava beinleiðis samband við fólk, ið líða neyð, men hoyra teirra søgur. Tað verður nevnt sekunder traumatisering. Tað er munur á, hvussu hart ymsu starvsfólkini verða rakt, men kenslurnar kunnu vera tær somu, sigur Annika Helgadóttir David sen.
SÁLARFRØÐILIGA TRYGG TOYMIR Granskingarverkætlanin um um
sorganarmøði fer serliga at snúgva seg um, hvussu toymir kunnu stuðla starvsfólkum, ið hava truplar kenslur. – Vit vita, at umsorganarstarvs fólk verða ávirkað kensluliga, tí tað er ein treyt fyri arbeiðinum, og vit eru ikki yvirmenniskjur. Tað er ógvuliga týdningarmikið at tosa við onnur um tað. Tað kann gerast á ymsan hátt, men ein góður máti er at gera tað í einum bólki saman við starvsfeløgum, sigur Annika Helgadóttir. Ætlanin er at gera royndir við at styrkja toymir á arbeiðspláss um, har starvsfólk arbeiða við um sorgan á ymsan hátt. Sálarfrøð ingar skulu leiða toymini í fýra mánaðir og skapa eitt trygt forum, har starvsfólk kunnu seta kenslu ligu krøvini á skrá og tosa um mill um annað, at arbeiðið kann vera strævið, og at mann onkuntíð ger mistøk. – Endamálið er at loyva starvs fólkunum at sleppa av við tað, sum er, og at kenna seg aftur í tí, sum hini uppliva, so tað verður normaliserað. Handfaringin av kenslum skal liggja hjá starvs feløgum og leiðslu á arbeiðspláss inum og ikki takast heim við, har tað kann fáa óhepna ávirkan á tað privata lívið, sigur Annika Helga dóttir. Samrøður skulu eisini vera við leiðaran á deildunum. – Fyri at verkætlanin skal eydn ast, hevur tað stóran týdning, at leiðarin eisini er ein partur av
tilgongdini. Tí verða leiðararnir bjóðaðir undirvísing í høgum kensluligum krøvum og sálarlig um tryggleika, sigur Esther Djur huus. Ætlanin er at fylgja gongdini í styrktu toymunum og samanbera hetta við onnur toymir, har einki verður broytt. Umsorganarmøðin hjá starvsfólkunum verður mátað áðrenn og aftaná, at royndirnar verða gjørdar við at styrkja toym ini.
Súsanna Olafsdóttir Skaale: "Kensluligu krøvini hjá føroyskum umsorganarstarvsfólki" Kanningarverkætlan hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar - kr. 145.000 Ingibjørg Berg: "Javnvág millum arbeiðslív og frítíð hjá akademikarum í Føroyum" Kanningarverkætlan hjá Akademikarafelag Føroya - kr. 240.000 Annlis Bjarkhamar: "Hvussu er tað at vera fosturforeldur?" Kanningarverkætlan hjá Fosturforeldrafelagnum - kr. 213.000
FINNA JAVNVÁGINA Endamálið við granskingarverk ætlanini um umsorganarmøði er eisini at varpa ljós á umstøður og kenslulig krøv hjá umsorganar starvsfólkum. – Tað hevur eisini týdning at vísa á, at tað eru nógv, sum trívast ógvuliga væl í hesum størvunum. Gransking vísir eisini, at tað at hava áhuga fyri og kunna hjálpa øðrum fólkum gevur eitt grund leggjandi nøgdsemi og er ein av orsøkunum til at velja hesar yrkis leiðir. – Okkara verkætlan snýr seg um at minka um møðina, ið kann vera knýtt at arbeiðinum. Men tann fakligi vinkulin er eisini sera týdningarmikil, og vit vilja vísa, at har er meira í uppgávuni, enn tey flestu geva sær far um. Tað kann vera ómetaliga gevandi at arbeiða við menniskjum, men tað er um ráðandi at halda javnvágina í arb eiðinum, sigur Esther Djurhuus.
Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og adjunktur á Fróðskaparsetrinum, hevur staðið fyri stóru kanningini av arbeiðsumhvørvi í Føroyum, sum millum annað staðfestir, at føroyskir arbeiðstakarar uppliva størri kenslulig krøv enn danskir arbeiðstakarar
Esther Djurhuus, sálarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum, fer undir eina ph.d. verkætlan um kensluliga møði hjá føroyskum umsorganarstarvsfólki
16
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum:
Stórur tørvur á gransking fyri at menna samfelagið Bæði privata vinnan og almennir stovnar hava stóran áhuga fyri at samstarva við Fróðskaparsetrið um gransking, men Setrið hevur ikki orku til at nøkta tørvin. Vantandi fígging til gransking og menning kostar samfelagnum dýrt, heldur rektarin á Fróðskaparsetrinum Eftir Dagmar Joensen-Næs Fróðskaparsetrið hevur stórar ætl anir fyri framtíðina. Ein nýggj stra tegiætlan er løgd fyri tíðarskeiðið 2025-2030, sum stingur út í kortið, hvør missiónin hjá Fróðskaparsetr inum er, og hvørjar strategiskar súlur og mál skulu røkkast fyri, at føroyska universitetið skal vera ført fyri at nøkta átrokandi tørvir á gransking og hægri útbúgving í Føroyum. Men føgur orð eru ikki nóg mikið. Pengar og politiskur vilji skulu til fyri at gera ætlanirnar til veruleika. Ovast á ynskilistanum hjá rekt aranum á Fróðskaparsetrinum, Martin Tvede Zachariasen, stendur meira gransking. – Tað er eitt vørumerki fyri eitt altjóða viðurkent universitet, at út búgvingarnar eru granskingar grundaðar. Tað merkir, at undirvís ararnir eru granskarar í fremstu vitanarrøð, sum kunnu skipa út búgvingarnar og geva sína vitan víðari beinleiðis til tey lesandi, sigur hann. Flestu undirvísarar á Fróðskap arsetrinum eru granskarar, men námslektarar, ið ikki hava gransk ingarskyldu, verða eisini settir í tíðaravmarkað størv. – Vit vilja hava, at allar útbúgv ingar á Setrinum skulu vera gransk ingarliga væl rótfestar, men tað eru nøkur økir, har tað er trupult at fáa fólk við granskingarførleikum. Onkrar deildir hava rættiliga lítla gransking, og á øðrum deildum eru tað næstan øll, sum granska, sigur Martin Tvede Zachariasen.
Aðrastaðni er vanligt at undir vísarar granska helvtina av tíðini. Men hendan meginreglan er ikki í nóg stóran mun galdandi á Setrin um. Serliga á útbúgvingarøkjum sum læraraútbúgving og námsfrøði er enn stórur tørvur á at menna granskingina. Hesar útbúgvingar høvdu upprunaliga ikki gransking, tá tær vórðu lagdar saman við Setrinum fyri fimtan árum síðani. – Vit eru enn í ferð við at byggja granskingina upp á hesum økjum eisini, men tað tekur tíð og krevur pengar. Tað er trupult at fáa gransk arar uttaneftir, og vit noyðast fyrst sjálvi at útbúgva granskarar, sigur Martin Tvede Zachariasen.
RAKA HØVDIÐ Í EIN MÚR Fíggingin til gransking í Føroyum hevur mestsum staðið í stað í fleiri ár. Hvørki Fróðskaparsetrið ella Granskingarráðið hava fingið nevnivert hægri játtanir til gransk ing. – Setrið fær sum heild bert pengar til gransking, um so er at tað skal stuðla undir nýggjar útbúgv ingar. Sum universitet hava vit eisini tørv á at hava fígging til granskingarendamál burturav. – Tørvur er á hægri játtan, um vit skulu menna granskingina á Setrin um. Heilsugransking er eitt týðuligt dømi um, hvussu stóran mun meira fígging kann gera. Síðani Sjúkra kassagrunnurin lutaði út 30 miljónir kr. til heilsugransking fyri nøkrum árum síðani, er hetta økið ment sera nógv, sigur Martin Tvede Zachariasen. Stórur tørvur er eisini á gransk
Onkrar deildir á Fróðskaparsetrinum hava nógvar granskarar, aðrar hava hava rættiliga lítla gransking
ing á økjum, sum Fróðskaparsetrið ongan møguleika hevur at gera nakað við í dag. – Tað er týðuligt, at tað er ein stórur ómettaður tørvur á gransk ing úti í samfelagnum, bæði í al menna og privata geiranum. Vit fáa javnan fyrispurningar frá fólki, ið vilja tosa við okkum um møguleikar fyri samstarvi. – Í privatu vinnuni eru tað mill um annað fiskivinnan og alivinnan, ið hava tørv á meira gransking. Tað snýr seg nógv um at kunna brúka tað náttúrutilfeingið, vit hava í Føroyum, til at skapa serstakar vørur. Tað hevur stórar avleiðingar fyri vinnulívið, at eingin verulig gransk ing í matvøruvísindum er. – Eg vil vera við, at hetta er or søkin til, at vit alla tíðina raka høvdið í ein múr, tá vit royna at skapa virðisøking og gera okkurt nýtt. Vit hava ikki ta vitanina, ið skal til fyri at gera nakað ordiliga gott og spennandi, sigur Martin Tvede Zachariasen. Eisini byggivinnan manglar út
búgvin fólk og hevur tørv á gransk ing. – Gransking í byggifrøði hevði verið ein góð íløga fyri samfelagið. At byggja í Føroyum er ikki tað sama sum at byggja í Danmark. Vit hava tørv á at granska, hvussu vit byggja klókt og burðardygt í Føroy um, so byggingin hóskar til føroyska veðurlagið, og vit ikki brúka meira tilfar enn neyðugt, sigur Martin Zachariasen. Í almenna geiranum er eisini stórur tørvur á at fáa meira vitan um, hvussu land og kommunur til dømis skulu veita betri tænastur. – Vit hava havt samband við Kommunufelagið, sum hevur stór an áhuga fyri at fáa nýggjar loysnir fyri, hvussu vit skulu handfara eldraøkið í framtíðini. Eisini er tørvur á gransking fyri at kanna og finna bestu tænasturnar fyri børn og ung í sambandi við Barnaverk ætlanina, ið landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur tikið stig til, sigur hann. Vantandi granskingarmøguleik ar gera eisini, at Fróðskaparsetrið
hevur truplari við at fáa høgt útbúnar granskarar. – Vit fáa ikki gjørt Føroyar lokk andi fyri nakrar av teimum bestu heilunum. Eisini føroyskum heilum. Tað eru fleiri góðir føroyskir gransk arar, sum búgva aðrastaðni, ið ikki síggja nakran møguleika at koma til Føroya at arbeiða, tí ov lítið av peng um er til gransking, sigur rektarin.
GRANSKING FYRST Fleiri útbúgvingar eru komnar afturat á Fróðskaparsetrinum sein astu árini, og ætlanir eru um nýggj ar útbúgvingar, millum annað í matvøru- og heilsuvísindum. – Vit vilja stremba eftir at geva ungum føroyingum viðkomandi út búgvingar fyri at betra um búfestið, tí vit vita, at helvtin av teimum, sum leita sær av landinum at fáa sær universitetsútbúgving, koma ikki heim aftur. Men útbúgvingarnar mugu vera dygdargóðar og granskingargrundaðar, og tí mugu vit byggja vitanarøkið upp, áðrenn vit bjóða útbúgvingar út. – Tað hevur tíverri ofta verið so
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
FAKTA
Martin Tvede Zachariassen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur sett sær fyri at styrkja granskingina á Setrinum. Eitt av málunum í strategiætlanini fyri 2025-2030 er, at allar útbúgvingar skulu vera granskingarliga væl rótfestar. Mynd: Brynhild Thomsen
Martin Tvede Zachariasen • Ph.d. í teldufrøði frá Københavns Universitet 1998 • Leiðari fyri Teldufrøðideildina á Københavns Universitet 2008 - 2014 • Dekanur á Syddanmarks Universitet 2015 - 2018 • Rektari á IT-Universitetinum í Keypmannahavn 2019 – 2021 • Rektari á Fróðskaparsetri Føroya 2023 -
leiðis í Føroyum, at vit fyrst seta útbúgvingar á stovn og síðani royna at fáa granskingina uppá pláss. Eg vil fegin venda tí eitt sindur við og fyrst byggja vitan
upp. Tá vit hava nóg mikið av áhugaverdari vitan, kunnu vit fara undir at bjóða útbúgvingar út. – Soleiðis verða nýggjar útbúgv ingar eisini ofta til í øðrum londum.
Tær byggja á nýggja gransking, sum við tíðini verður so umfatandi, at grundarlag er fyri at bjóða eina útbúgving út. Ofta verður byrjað við masterútbúgvingum, sum hava
færri lesandi og eru meira av markaðar. Bachelorútbúgvingar eru breiðari og meira krevjandi og koma ofta seinni. Hetta er tað øvugta av tí, vit vanliga gera í Før oyum, sigur Martin Tvede Zachariassen.
VITANARDEPLAR Í strategiætlanini mælir Fróð skaparsetrið til, at vitanardeplar verða skaptir á fleiri økjum, sum hava týdning fyri megingeirar í Før oyum. Ein vitanardepil er eitt sam starv um gransking, menning og nýskapan millum innanhýsis og uttanhýsis áhugapartar á økjum, sum hava serliga stóran týdning fyri samfelagið.
17
Fróðskaparsetrið vil seta á stovn ein vitanardepil í matvøruvísindum og biotøkni og ein vitanardepil í námsfrøði og skúlagransking. Eisini hevur Setrið ætlanir um at menna vitanardeplar, sum eru viðkomandi fyri byggivinnuna, ferðavinnuna, grøna orku og flutning. – Vitanardeplar skulu verða karmar um samstarv millum Fróð skaparsetrið og eitt nú vinnufyri tøkur og kommunur um gransking, menning og nýskapan, sum kann skapa framburð í samfelagnum. Við at samstarva um gransking og menning kunnu vit møguliga eisini í felag skapa grundarlag undir nýggjum útbúgvingum, sigur rekt arin á Fróðskaparsetrinum.
ÚR STRATEGIÆTLAN 2030 FYRI FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA: STRATEGISK SÚLA I: Menna gransking og hægri útbúgving, sum hevur týdning fyri megingeirar í Føroyum Fróðskaparsetrið hevur skyldu til at nøkta átrokandi tørvir á vitan í føroyska samfelagnum. Nakrar av stóru avbjóðinunum fyri framman eru veðurlags broytingar og menning av burðardyggum loysnum, hóskandi nýtsla av tøkni (t.d. vitlíki), og trygdarviðurskifti (t.d. nettrygd). Tøkni spælir alsamt størri leiklut í fiski- og alivinnuni, sum hava tørv á framkomnum førleikum í verkfrøði. Hartil verður hildið, at møguleikarnir eru stórir hjá fiski- og alivinnuni at fáa meira virði burtur úr lívfrøðiliga tilfeinginum úr sjónum og hartil eisini størri menning av matvøruvirðisketuni. Meira menning krevur tvørfakligt samstarv, viðkomandi gransking og hægri útbúgving í mat vøruvísindum, lívfrøði, biotøkni, verkfrøði og búskaparfrøði/ handilsskapi. Aðrir føroyskir megingeirar, ið hava serligan tørv á viðkomandi gransking, eru byggivinnan, ferðavinnan, grøn orka og flutningur. Í samstarvi við viðkomandi áhugapartar vil Fróðskapar setrið stremba eftir at leita sær fígging til at menna granskingarførleikar á viðkomandi akademiskum økjum og at menna tilhoyrandi granskingargrundað útbúgvingartil boð.
Stórur tørvur er á meira gransking bæði í privata og almenna geiranum. Mynd: Uni Árting
MISSIÓNIN HJÁ FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA: At veita dygdargóðar og granskingargrundaðar hægri út búgvingar á altjóða stigi, ið føroyska samfelagnum tørvar. At fremja dygdarmikla gransking, serliga slíka, ið er við komandi fyri føroyska samfelagið, men eisini fyri altjóða akademiska samfelagið. At luttaka í almennum kjaki og samstarva við almennar og privatar stovnar um útbúgvingar-, granskingar- og menn ingarátøk, sum hava týdning fyri føroyska samfelagið.
Undirvísarar á Fróðskaparsetrinum skulu eftir ætlan granska helvtina av tíðini. Mynd: Brynhild Thomsen
18
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Eitt universitetssjúkrahús fer at broyta alt Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum flytur inn á Landssjúkrahúsið, tá hølir verða tøk.
Fleiri serlæknar og serkøn heilsustarvsfólk. Meira serføroysk gransking. Føroysk læknaútbúgving. Betri sjúkraviðgerðir. Eingin endi er á ágóðunum, ið forstjórin í Sjúkrahúsverkinum sær fyri sær, nú útlit eru til, at føroyska Sjúkrahúsverkið um nøkur ár fer at kunna kalla seg universitetssjúkrahús. Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og higartil gongur alt eftir ætlan Eftir Dagmar Joensen-Næs Serlæknar og serkøn heilsustarvs fólk hanga ikki á trøunum, heldur ikki í Føroyum. Ein arbeiðsbólkur er komin fram til, at Sjúkrahúsverkið hevur brúk fyri tilsamans 121 ser læknum. Sjúkrahúsverkið hevur í løtuni 68 størv til serlæknar, men ein stórur partur av størvunum eru ósett og verða røkt av dýrum konsu lentum. At fáa fatur á serlæknum og øðrum serkønum heilsustarvsfólk um er ein av størstu avbjóðingum hjá Steinari Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverkinum. Men nú eru útlit fyri, at arbeiðið hjá honum fer at gerast lættari. Tá forstjórin í Sjúkrahúsverkin um og rektarin á Fróðskaparsetrin um skrivaðu undir samstarvsavtalu um universitetssjúkrahús tann 26. juni í ár, varð kósin av álvara løgd fram ímóti, at Sjúkrahúsverkið fer at kunna kalla seg universitets sjúkrahús. Og tað fer at fáa alstóran týdning. Sum liður í fyrireikandi arbeiðin um at menna Sjúkrahúsverkið hev ur Steinar Eirikstoft tosað við fleiri
sjúkrahús í Danmark, sum hava tikið stigið til at gerast universitets sjúkrahús. – Tey siga øll, at tað hevur broytt alt. Sum universitetssjúkrahús hava tey bæði gransking og útbúgving, og tá verður alt øðrvísi, sigur hann. – Granskingin hevur alstóran týdning í kappingini um tey bestu starvsfólkini. Tá vit royna at fáa heilsustarvsfólk í starv her hjá okk um, fáa vit ferð eftir ferð at vita, at møguleikarnir at granska eru betri á sjúkrahúsum í Danmark og aðra staðni, har ið tey starvast. – Tá møguleikarnir at granska verða nógv betur, fara vit at fáa fatur á nøkrum starvsfólkum, ið vit fyrr ikki hava kunnað fingið, sigur forstjórin.
GRANSKING TEKUR DIK Á SEG Gransking er ein av grundsúlunum undir einum universitetssjúkrahúsi. Og fyrsta stigið til at menna gransk ingina í Sjúkrahúsverkinum er longu tikið. Fyri skjótt tveimum árum síðani varð Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum sett á stovn við
Forstjórin í Sjúkrahúsverkinum, Steinar Eirikstoft, og rektarin á Fróðskaparsetrinum, skrivaðu 26. juni í ár undir samstarvsavtalu um universitetssjúkrahús. Mynd: Brynhild Thomsen
tí endamáli at savna alla kliniska heilsugransking í Føroyum á einum staði. Heilsugranskingareindin hús ast enn í Sigmundargøtu, har Deild in fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu helt til, men ætlanin er, at hon skal flyta inn á Landssjúkrahúsið, tá hølir verða klár. – Heilsugranskingareindin verð ur eitt umhvørvi, har granskarar kunnu sita og greina og samstarva sínámillum. Tann kliniska gransk ingin skal í høvuðsheitunum fara fram á sjúkrahúsdeildunum, har heilsustarvsfólkini og sjúklingarnir eru, og har granskarar kunnu nýta hølir og tól til sínar verkætlanir. – Tað kliniska virksemið og granskingin skulu samskipast, og granskingin skal vera partur av tí dagliga virkseminum á deildunum. Tá vit fáa tað at rigga, byrjar tað av álvara at lukta av universitets
sjúkrahúsi, sigur Steinar Eirikstoft. Hann leggur dent á, at tað ikki bert verða læknar á Landssjúkra húsinum, ið fara at granska meira. – Vit hava tørv á, at allir heilsu starvsbólkar – eisini sjúkrarøktar frøðingar, kostráðgevar, fysiotera peutar og onnur – granska. Og granskingin skal ikki bert fara fram á Landssjúkrahúsinum, men á øllum trimum sjúkrahúsunum, sigur hann.
SERFØROYSK VIÐURSKIFTI At styrkja granskingina fer ikki bert at hava týdning fyri møguleikarnar at fáa fleiri serlæknar og onnur serkøn heilsustarvsfólk til Føroya. Tað fer eisini at merkja, at sjúkling arnir fáa betri viðgerð. – Við at granska sjúkur og heilsu fyribrigdi í Føroyum fáa vit vitan, ið
vit ikki høvdu frammanundan. Tað merkir í síðsta enda, at vit verða før fyri at veita betri viðgerð til føroysk ar sjúklingar. – Vit eru tey einastu, ið kunnu kanna serføroysk viðurskifti. Tað eru nakrar serføroyskar sjúkur, ið eru ógvuliga sjáldsamar aðrastaðni, og sum eingin annar tí granskar í. Eisini eru heilsufyribrigdi, ið eru øðrvísi hjá okkum, tí vit hava ein annan uppruna og ein annan kost, sigur Steinar Eirikstoft. Føroysk heilsuviðurskifti eru sera áhugaverd fyri granskarar. – Vit eru enn ein tjóð við lutfals liga fáum etniskum variablum. Í øðrum londum er fólkasamanset ingin nú so blandað, at tað ikki ber til at greina, hvaðani ílegurnar koma. – Í summum førum er tað eisini ein fyrimunur at vera lítil og av
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Avtala millum Heilsuverkið og Fróðskapar setrið um universitets sjúkrahús Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya skrivaðu 26. juni í ár undir avtalu um samstarv um universitetssjúkrahús. Við hesi avtaluni kunnu Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið formliga samstarva um heilsugransking, víðariútbúgving og undirvísing. Forstjórin í Sjúkrahúsverkinum, Steinar Eirikstoft, hevur góðar vónir um, at eitt føroysk universitetssjúkrahús verður veruleiki um fá ár.
byrgd. Vit kunnu skipa og savna okkum ógvuliga skjótt um at fáa okkurt gjørt. Eitt dømi var koronu granskingin, har okkara heilsu granskarar gingu á odda. Steinar Eirikstoft væntar eisini, at tað verður lættari at fáa fígging til gransking, tá Sjúkrahúsverkið verður universitetssjúkrahús. – Universitetssjúkrahúsini hava eina munandi hægri tign og kunnu søkja heilt aðrar grunnar og fáa stórar upphæddir, sigur hann.
IKKI BERT ELDSÁLIR Hóast gransking ger heilsustarvs fólk betri før fyri at veita góða við gerð, so verða starvsfólk í Sjúkra húsverkinum í dag ikki biðin um at granska. – Vit hava skipaði viðurskifti fyri gransking hjá ph.d. lesandi, men annars eru tað í stóran mun eldsálir, ið granska á sjúkrahúsun um. Starvsfólkini granska ikki, tí vit hava sett tey til tað, men tí tey
eru eldhugaði og halda tað vera spennandi. Tey hava eisini avmark aða tíð at granska í arbeiðstíðini og granska tí út á kvøldarnar, sigur Steinar Eirikstoft. Arbeitt verður nú við at skipa granskingina í Sjúkrahúsinum bet ur og fáa fleiri starvsfólk at granska. – Um læknar og onnur heilsu starvsfólk skulu brúka part av arbeiðstíðini til gransking, verður í fyrstu atløgu minni tíð til sjúkling arnar, men í síðsta enda fer tað eisini at koma sjúklingunum til gagns. – Allar royndir vísa, at gransking ger tað meira áhugavert at arbeiða á sjúkrahúsinum, og at vit tí fara at fáa fleiri serkøn starvsfólk. Tá vit fáa skipaði viðurskifti og kunnu bjóða møguleikar fyri gransking, so verða tey tómu størvini sett, og vit fáa bæði meira gransking og meira sjúkraviðgerð. Men tað krevur dirvi at taka stigið og siga, at fólk, ið eru ógvuliga eftirspurd til sjúkravið
Sjúkrakassagrunnurin legði lunnar Heilsugranskingin í Føroyum hevur ment seg munandi seinastu 10 árini. Ein týðandi orsøk til hetta er, at tað í 2014 varð gjørt av at brúka fæið úr Sjúkrakassagrunninum til at menna heilsuøkið í Føroyum. Granskingarráðið fekk ábyrgdina av at umsita og útluta fæið í Sjúkrakassagrunninum, sum var slakar 30 mió. kr. Tær vórðu brúktar til kanningar- og granskingarverkætlanir, til at menna eina masterútbúgving í heilsuvísindum og til at menna samstarvið millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið. Við stuðli frá Sjúkrakassagrunninum varð Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking settur á stovn í 2016. Depilin var ein samstarvsliður millum Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Ílegusavnið, ið hevði til endamáls at menna heilsu vísindaliga gransking og útbúgving. Partarnir hava arbeitt í felag um nógvar granskingarverkætlanir, styrkt heilsuútbúgvingarnar og fyrireikað arbeiðið við universitetssjúkrahúsi. Eingir pengar eru nú eftir í Sjúkrakassagrunninum.
Avtalan er eitt týðandi stig í fyrireikingunum til at skipa Sjúkrahúsverkið sum eitt universitetssjúkrahús, sum landsstýrið hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum. gerðir, eisini skulu brúka ein part av tíðini til gransking, sigur forstjórin.
FØROYSK LÆKNAÚTBÚGVING Sjúkrahúsleiðslan hevur raðfest at menna granskingarpartin fyrst, tí hann byggir á nakað, ið longu er frammanundan. Hin parturin, ið skal til fyri at gerast universitets sjúkrahús, er útbúgvingin. Fróðskaparsetrið hevur longu fleiri heilsufrøðiligar útbúgvingar, sum ætlanin er at dagføra við ser vitan um føroysk viðurskifti, ið granskarar í Sjúkrahúsverkinum finna fram til. Tann heilt stóra avbjóðingin verður at fáa eina føroyska lækna útbúgving. – Sum er noyðast føroyingar av
“Eg eri sannførdur um, at vit við avtaluni um formligt samstarv fara at seta ferð á menningina av bæði Sjúkra húsverkinum og Setrinum. - Avtalan er fyrsta týðandi fetið á hesi spennandi menn ingarleiðini. Fyri framman liggur stórt ítøkiligt arbeiði, so vit - um vónandi ikki ov langa tíð – kunnu kunngera, at vit nú hava reist eitt føroyskt universitetssjúkrahús.” Martin Tvede
19
Hvat er eitt universitetssjúkrahús? Universitetssjúkrahús eru í øllum norðurlondum uttan í Føroyum. Treytirnar fyri, nær eitt sjúkrahús kann kalla seg eitt universitetssjúkrahús, eru ymiskar í londunum. Yvirskipað ber tó til at siga, at eitt universitetssjúkrahús skal: •
Veita sjúklingaviðgerð
•
Fremja heilsugransking
•
Veita kliniska undirvísing í heilsufakum, helst læknafrøði
•
Hava samstarvsavtalu við eitt universitet
•
Brúka ein ávísan part av sínari játtan til undirvísing og heilsugransking
Í Danmark eru universitetssjúkrahús ikki skipað við lóg, og ongar ásetingar eru um, nær eitt sjúkrahús kann kalla seg universitetssjúkrahús. Regiónirnar taka avgerð um, hvørji sjúkrahús skulu vera universitetssjúkrahús. Í Noregi er ásett í lóg, hvat krevst fyri at skipa eitt universitetssjúkrahús. Sjúkrahús mugu fáa góðkenning frá norska heilsumálaráðnum fyri at kunna nýta heitið universitetssjúkrahús. Í Íslandi er ásett í lóg, hvørji krøv eru fyri at nýta heitið universitetssjúkrahús. Høvuðssjúkrahúsið í Íslandi, Landspitalið, hevur samstarvsavtalu við íslendska universi tetið.
landinum at lesa til lækna. Tað er ein long útbúgving, og nógv koma ikki aftur, tí tey sláa røtur aðra staðni, meðan tey eru undir útbúgv ing. – Royndir aðrastaðni vísa, at sjúkrahús, ið eru við til at útbúgva læknar, hava munandi lættari við at fáa læknar í starv, sigur Steinar Eirikstoft. Sjúkrahúsverkið og Fróðskapar setrið fara í næstum undir fyrstu fyrireikingarnar til at fáa eina før oyska læknaútbúgving. – At fara undir eina føroyska læknaútbúgving, sum er altjóða viðurkend, verður ein ógvuliga stór ur biti at gloypa. Vit skulu umhugsa, um vit skulu hava alla útbúgvingina beinanvegin ella byrja við einum parti av útbúgvingini. – Um byrjað verður við bachelor partinum, verður tað Setrið, ið skal veita undirvísarar í grundleggjandi læknafrøðiligum lærugreinum. Um vit í staðin byrja við kandidatpart inum, verður tað allarhelst Sjúkra húsverkið, ið skal útvega læknar til at undirvísa á Setrinum. – Nøkur donsk universitets sjúkrahús hava bert kandidatút búgvingina. Hon er lættari at fara undir, tí undirvísarar eru longu tøkir á sjúkrahúsinum. Vit eiga í øll um føri at kanna, hvussu vit eru fyri í Sjúkrahúsverkinum at fara undir eina kandidatútbúgving, sigur Steinar Eirikstoft.
Zachariasen, rektari á
MEIRA PENGAR
Fróðskaparsetri Føroya
Neyðugt er við hægri játtan á fíggjarlógini, um Sjúkrahúsverkið skal umskapast til universitets sjúkrahús. Í álitinum um universitetssjúkra
hús verður mælt til, at Sjúkrahús verkið skal nýta 2% av samlaðu rakstrarjáttanini til heilsugransk ing. Í ár eru 1.5 milliónir kr. settar av á fíggjarlógini til at menna heilsu gransking í Sjúkrahúsverkinum. Tær skulu brúkast til stuðulsfunk tiónir til gransking, millum annað dátutrygd, biostatistikara og fíggjar stýring. Ætlanin er, at játtanin til heilsugransking og undirvísing í Sjúkrahúsverkinum skal vaksa við 2 miljónum kr. hvørt ár fram til 2030. Fyrstu árini verður tað gransk ingin, ið skal raðfestast, síðani kem ur útbúgvingin. – Tað eru trý krøv, ið skulu verða lokin fyri, at vit skulu kunna kalla okkum universitetssjúkrahús. Vit skulu hava kliniskt virksemi, gransk ing og útbúgving. – Kliniskum virksemi hava vit ov mikið av, og gransking hava vit i øllum føri nakað av longu. Vit út búgva sjúkrarøktarfrøðingar í Før oyum, men tað, ið vit als ikki hava, er læknaútbúgvingin. Hana mugu vit hava, men tað nýtast ikki at vera ein full læknaútbúgving, sigur Steinar Eirikstoft. At tað fer at loysa seg í síðsta enda fyri føroyska samfelagið at fáa eitt universitetssjúkrahús, ivast for stjórin í Sjúkrahúsverkinum ikki í. – Tað fer at kosta, men vit trúgva uppá, at tað fer at gera, at vit kunnu veita borgarunum eina betri tæn astu og arbeiða meira fyribyrgjandi. Vit fáa meiri vitan um serføroysk viðurskifti og fleiri serkøn heilsu starvsfólk, sum fara at kunna veita eina málrættaða viðgerð til føroy ingar, sigur Steinar Eirikstoft.
20
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Hvalspýggjur kunnu hótta alivinnuna Hvalspýggjur hava gjørt stóran skaða á alifisk í Skotlandi og Noregi. Sannlíkt er, at hvalspýggjur eisini kunnu vera ein hóttan fyri føroyskan alifisk, men enn vita vit sera lítið um útbreiðslu og atferð hjá hvalspýggjum í føroyskum sjógvi. Ein stór verkætlan undir leiðslu av Firum fer nú at savna dátur, sum kunnu geva vitan um hvalspýggjur á okkara leiðum Eftir Dagmar Joensen-Næs Hvalspýggjur hava rikið í heims høvunum síðani elstu tíðir. Eisini í sjónum kring Føroyar eru hópin av hesum gjøgnumskygdu trevsutu havdjórunum, sum í flestu førum ikki gera nakran skaða. Men summi sløg eru vandamikil og kunnu vera til stóran vanda fyri alifisk. Hóast hvalspýggjur síggjast alla staðni við føroysku strendurnar, so vita vit sera lítið um tær. Og tað er ein trupulleiki, tí vitan um hval spýggjur kann hava stóran týdning. Í fleiri av okkara grannalondum verða kanningar av hvalspýggjum brúktar til at meta um veðurlags broytingar. – Hvalspýggjur eru ein sera góð ur varnari um árin av veðurlags broytingum, tí útbreiðsla og atferð hjá hvalspýggjum broytist skjótt, um umstøðurnar í havinum verða øðrvísi. Kenna vit innihaldið av hvalspýggju í føroyskum sjógvi yvir ár og árstíðir, kann tað geva okkum virðismikla vitan um møguligar broytingar í sjónum, sigur Amanda Vang, deildarleiðari á Firum, ið hevur tikið stig til eina stóra nýggja verkætlan um hvalspýggju í før oyskum sjógvi. – Hvalspýggjan er mitt í føðiket uni í sjónum. Fiskur etur hval spýggju, men høvuðsføðin hjá fiski er plantu- og djóraæti, sum hval spýggja eisini etur. Um nógv hval spýggja er í sjónum, verður minni føði til fiskin, og so verður minni fiskur. Og um minni fiskur er, so verða aftur fleiri hvalspýggjur, sum eta æti frá fiskinum. Útbreiðslan av hvalspýggju kann tí hava stóra ávirkan á vistfrøðina í sjónum, greiðir Amanda Vang frá. Kanningar aðrastaðni hava sum heild ikki ávíst, at meira er til av hvalspýggju nú, men ábendingar eru um, at hon flytur seg til nýggj støð, og at nýggj sløg tí eru at finna
fleiri staðni, ið ikki hava verið sæð fyrr.
Í ØLLUM STØDDUM OG SKAPI Granskingarverkætlanin um hval spýggjur í Norðuratlantshavi hevur fingið 1 millión kr. í stuðli frá Granskingarráðnum. Samlaði kostn aðurin fyri alla verkætlanina er góð ar 5 milliónir kr. Við í granskingartoyminum eru granskarar á Firum, Havstovuni, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um framt tveimum granskingarstovn um í Noregi. Eisini Bakkafrost og Sjósavnið eru við í verkætlanini. Endamálið við verkætlanini er at savna og skráseta dátur um hval spýggju í føroyskum sjógvi. Dáturnar skulu millum annað fáast til vega í sambandi við sjógv kanningar, sum Havstovan, Firum og Bakkafrost gera. Firum gjørdi fyrstu kanningar nar av hvalspýggju í fjør. Tá vóru 21 ymisk sløg av hvalspýggju funnin í føroyskum sjógvi. Fimtan sløg vóru óskaðilig, fimm sløg kundu vera til ampa fyri alifisk, og eitt slag var beinleiðis eitrandi. – Vit vita, at tað finnast nógv sløg av hvalspýggju i føroyskum sjógvi í ymiskum skapi og litum. Nakrar eru stórar, nakrar heilt smáar. Tær smáu kunnu vera sera ringar at síggja, og tað er helst ein orsøkin til, at so fáar kanningar eru gjørdar av hval spýggju í Føroyum. – Havstovan telur alt, sum kemur í netið, tá tey taka sjógvroyndir, men smáu hvalspýggjurnar verða kroyst ar saman til eina evju og síggjast ikki aftur. Um tað skal bera til at telja tær, mugu royndirnar takast á ein annan meira varisligan hátt, sigur Amanda Vang. Á Firum eru tey nú umframt at taka regluligar sjógvroyndir fleiri staðni eisini farin undir at kanna tað kroysta tilfarið frá royndum hjá
Havstovuni fyri at vita, um ílegur frá hvalspýggjum eru at finna. Havstovan hevur tilfar frá kann ingum seinastu 40 árini. Ætlanin er eisini at kanna leivdirnar frá goml um kanningum fyri at royna at finna fram til, hvussu nógv hval spýggja var í sjónum fyrr og saman bera tað við støðuna í dag.
PORTALUR OG FRAMSÝNING Ein føroysk hvalspýggju yvirvøka skal setast í verk, og ein hvalspýggju dátugrunnur skal stovnast og mennast. Umframt dátur, ið granskararnir savna, er ætlanin at fáa fólk kring landið at hava eyguni eftir hval spýggjum og senda myndir til Firum, sum eyðmerkir hvalspýggj urnar og leggur myndirnar á ein portal. Í fyrstu atløgu er talan um ein norskan portal, sum vísir út breiðsluna av hvalspýggju í Norður atlantshavi, men ætlanin er eisini at menna ein serføroyskan portal. – Á henda hátt fáa vit dátur úr øllum landinum, sum vit annars ikki kundu fingið. Samstundis fáa fólk størri áhuga fyri vistfrøðini í havin um, sum eisini er eitt av endamálun um hjá okkum, sigur Amanda Vang. Áhugin fyri at vera við í verk ætlanini tykist vera stórur. – Vit fara skjótt at lata upp eina síðu á facebook og instagram, so fólk lættliga kunnu senda myndir og síggja, hvørji sløg av hvalspýggju tey hava funnið. Vit hava longu fingið fyrstu myndirnar frá børnum, sum halda tað vera stuttligt at leita eftir hvalspýggjum, sigur hon. Firum og Sjósavnið arbeiða eisini við at gera undirvísingartilfar til skúlaflokkar um sjógvin við Føroyar, sum eisini fer at hava leiðbeining um innsavnan av hvalspýggjum. Ætlanin er eisini at seta upp eina framsýning við hvalspýggjum á Sjósavninum. – Aðrastaðni er vanligt, at sjó søvn hava framsýningar við hval spýggjum í alskyns litum og skapi. Vit hava frá byrjan viljað havt Sjó savnið við fyri at økja um áhugan millum fólk fyri hvalspýggjum. Vit kunnu útvega hvalspýggjurnar til Sjósavnið, og vit hava samstarvs felagar í Noregi, sum eru serkønir í at gera slíkar framsýningar., og sum kunnu hjálpa við at seta framsýn ingina upp, sigur Amanda Vang.
8 ára gamla Katrin Petersen úr Kaldbaksbotni hevur sent fyrstu myndina til portalin um hvalspýggju í Norðuratlantshavi
Amanda Vang tekur sjógvsýnir í Kaldbaksfirði eina ferð um vikuna
HÓTTAN FYRI ALIFISK Vitan um hvalspýggju í føroyskum sjógvi er ikki bert áhugaverd fyri tey, ið granska veðurlagið, men eisini fyri føroysku alivinnuna. Seinastu árini hevur hvalspýggja elvt til stórar trupulleikar hjá ali vinnuni í grannalondunum. Í Skot landi og Noregi hava alifyritøkur havt trupulleikar við felli, sum stav ar frá álopum av stórum nøgdum av pinkuhvalspýggju. Orsøkin til øktu
nøgdirnar av ávísum sløgum av hvalspýggju er helst, at sjógvurin gerst heitari orsakað av veðurlags broytingum. Fiskurin, sum livur á firðunum, kann rýma undan hvalspýggju, um tær eru til ampa. Tað kann alifiskur ikki. – Hvalspýggjurnar hava notu kyknur, ið brenna ella skræða tákn urnar og skræðuna á fiskinum, so hann fær sár. Tað ger fiskin meira
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
FAKTA
Sosialurin
21
Ein pinkuhvalspýggja er umleið 5 mm og sæst best í mikroskopi
Amanda Vang
• Ph.d. í kyknulívfrøði frá University of Connecticut Health Center, USA 2010 • Granskari á Department of Immunology, University of Connecticut Health Center, USA 2010-2012 • Kyknulívfrøðingur á Landssjúkrahúsinum 20142020 Amanda Vang, deildarleiðari á Firum, hevur tikið stig til eina stóra granskingarverkætlan um hvalspýggju í føroyskum sjógvi
viðbreknan fyri aðrari smittu og sjúkum. Nøkur sløg kunnu eisini seta seg á táknurnar, so fiskurin kvalist. Harumframt kunnu tær eisini ørkymla fiskin og gera hann strongdan, greiðir Amanda Vang frá. Í Føroyum vita vit enn ikki um, at hvalspýggja hevur gjørt stórvegis skaða á alifisk, men tað merkir ikki, at tað ikki er komið fyri her eisini. – Dáturnar, sum vit útvega, eru eitt týðandi fyrsta stig til at skilja, um blóman av hvalspýggju hevur samband við trupulleikar við táknuheilsuni og felli hjá føroyskum alifiski, sigur Amanda Vang. – Aðrastaðni, millum annað í Noregi, eru greið dømi um, at sam band er millum blóman av pinku hvalspýggju og fiskafelli. Tá nøgdin av hvalspýggju í sjónum økist, er sannlíkt, at eitt álop við stórum nøgdum av hvalspýggju fer at verða gjørt á fiskin, sum so verður sjúkur og doyr nakrar dagar seinni.
• Adjunktur á Fróðskaparsetrinum 20172020 • Deildarleiðari á Firum 2020 Granskararnir royna nú at finna fram til, um somu hvalspýggjasløg, ið hava elvt til trupulleikar aðra staðni, eisini eru í føroyskum sjógvi. – Tað ber ikki altíð til at siga, um ein hvalspýggja er eitrandi bert við at hyggja at henni. Tað mugu ílegu kanningar til fyri at eyðmerkja, hvat slag av hvalspýggju talan er um. Tílíkar ílegueyðmerkingar skulu gerast í samstarvi millum Firum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum hevur drúgvar royndir á hesum øki. – Vísa mátingar, at eitt álop av pinkuhvalspýggjum er ávegis, ber til at taka royndir og staðfesta, um talan er um eitt eitrandi slag. Er hvalspýggjan eitrandi, kann alifyri tøkan seta fyribyrgjandi tiltøk í verk á sama hátt, sum gjørt verður fyri at verja fiskin móti lús. Tað kann vera at leggja eitt tættmeskað net ella luftbløðrur um aliringin ella at taka fiskin í ringinum fyrr, sigur Amanda Vang.
Hvat er ein hvalspýggja? Hvalspýggjan er eitt ryggleyst næstan gjøgnumskygt djór, ið livir í havinum kring allan heim. Meir enn 96% av hvalspýggjuni er vatn. Hvalspýggjan hevur hvørki bein, eygu, heila ella hjarta. Hon hevur langar fínar trevsur, ið verða nýttar at veiða við. Trevsurnar hava kyknur, sum innihalda eiturevni. Hvalspýggjan livir av algum, ormverum, smáum krabbadjórum og amøbum. Hon flytir seg við at pumpa búkin inn og út. Hon upptekur súrevni gjøgnum eina tunna hinnu, ið hylur allan kroppin. Hvalspýggjan nørist við at leggja egg, sum við tíðini klekjast til smáar ormverur. Tá ormveran hevur svomið frítt eina tíð, setist hon á botn og mennist til ein leggvøkstur við traktskapi. Partar av traktini sleppa legginum og verða til smáar hvalspýggjur. Stigini sum ormvera og leggvøkstur vara fleiri ár og eru kynsleys, men hvalspýggjan, ið kemur burturúr, er kynsdeild og livir í umleið eitt hálvt ár. Nógv ymisk sløg av hvalspýggju eru til. Nøkur hvalspýggjasløg eru einans nakrar millimetrar til støddar og glasklár og kunnu tí ikki síggjast við berum eygum. Onnur sløg eru stór og sjónlig. Tær størstu kunnu viga oman fyri 200 kg. Nakrar hvalspýggjur savnast í bólkum og síggjast sum stórar koloniir í sjónum.
Børn í Kaldbak savna hvalspýggjur til granskingar verkætlanina
22
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Skrá fyri Vísindavøkuna 27. september SJÓVINNUHÚSIÐ 08.30
Vælkomin á Vísindavøku Annika Sølvará, Granskingarráðið
13.00
Skúgvurin í Føroyum Sjúrður Hammer, Umhvørvisstovan
08.40
Vitlíki til Tala-Til-Tekst máltøkni til føroyskt Dávid í Lag, Fróðskaparsetrið
13.20
09.00
Smátt men sterkt - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum Rógvi Olavson, Fróðskaparsetrið
eDNA/eRNA based pathogen detection in water and air Dhiraj Krishna, Heilsufrøðiliga Starvsstovan (hildin á enskum)
13.40
Føroyskar fjarðaprosessir – samband millum føroyskar firðir og landgrunnin kannað við FarCoast Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum
14.00
Sálarliga heilsan hjá føroyskum ungum Monika Mohr, Heilsustýrið
14.20
Klædnapløggini – Anna Maria 1807 Noomi í Dali, Fróðskaparsetrið
14.40
Ávirkan av vindorkuforsøgnum á hitagoymlsuskipanir í Føroyum Torstein Balle, Fróðskaparsetrið
15.00
Kognitivar broytingar frá 70 til 80 ára aldur – úrslit frá føroysku sjeytiára-kohortuni Eina Hansen Eliasen, Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum
15.30
Miðlafagnaður Snarrøðu-kapping – røður á 150 sekund Undirhald Vinnari av snarrøðukappingini kosin Handan av ársins miðlaheiðursløn
09.20
Small states in the international system Robert Imre, Fróðskaparsetrið (hildin á enskum)
09.40
Grønt orkuskifti og fossilir hugsunarhættir Ragnheiður Bogadóttir, Fróðskaparsetrið
10.00
Psykososiala arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum arbeiðstakarum Annika Helgadóttir Davidsen, Fróðskaparsetrið
10.20
Landnám Føroya birtist í arvastreingi føroyinga Hannes Gislason, Fróðskaparsetrið
10.40
Tónleikasøguligir spurdómar í føroyskum skúlahópi Knút Háberg Eysturstein, Fróðskaparsetrið
11.00
Kvinnur og kyn í søguni – Petra Djurhuus og leiklutur hennara á savnsøkinum Margreta Nónklett, Tjóðsavnið
11.20
Hví er djóraætið týdningarmikið? Inga Kristiansen, Havstovan
11.40
Dygd á føroyskum dagstovnum – leiðsla, dygd og dygdarmenning Birita Arge, Aalborg Universitet
12.00
Tann føroyski knækanningarbólkurin – ein kanning av títtleika, etiologi og ávirkan Niclas Eysturoy, Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum
12.20
12.40
Ílegusjúkur og berarakanningar – hvat halda føroyingar? Elsa Fróðadóttir Helmsdal, Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum Umhvørvisgransking í Føroyum tey seinastu 40 árini Pál Weihe, Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum
SVALIN 9.00 – 15.00
Ymisk tiltøk og royndir fyri børn og vaksin Stovnar skipa fyri
UTTANFYRI 9.00 – 15.00
Tjøld við tiltøkum fyri børn og vaksin Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
Sosialurin
23
Vísindavøkan í Marghøllini í Sørvágs Skúla Mikudagin 18. september 2024, kl. 19:00. Tríggjar framløgur verða á skránni: Ættarbandsskráin og framburðurin av ó í Tórshavn og Vágum Hjalmar P. Petersen, Fróðskaparsetrið Føroyskar fjarðaprosessir – samband millum føroyskar firðir og landgrunnin kannað við FarCoast Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum Hvar endar lorturin? - betri umhvørvisráðlegging við botnfalsmyndlan Birgitta Andreasen, Firum
Øll eru vælkomin
Sørvágs Kommuna
24
Sosialurin
Fríggjadagur 13. september 2024 · Nr. 36
– á ferð 2024
Týskvøldið 17. september kl. 19 Klaksvíkar Bókasavn Hvussu javnstøðulógin varð til í Føroyum: Ein greining av kjakinum Erika Anne Hayfield, Fróðskaparsetrið Orkugoymslur Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan Vitlíki til Tala-Til-Tekst máltøkni til føroyskt Dávid í Lág, Fróðskaparsetrið
Mikukvøldið 18. september kl. 19 Sørvágs Bókasavn Ættarbandsskráin og framburðurin av ó í Tórshavn og Vágum Hjalmar P. Petersen, Fróðskaparsetrið Føroyskar fjarðaprosessir – samband millum føroyskar firðir og landgrunnin kannað við FarCoast Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum Hvar endar lorturin? – betri umhvørvisráðlegging við botnfalsmyndlan Birgitta Andreasen, Firum
Hóskvøldið 19. september kl. 19 Sands Bókasavn Skúgvurin í Føroyum Sjúrður Hammer, Umhvørvisstovan
Dátuvísindi: Landnám Føroya birtist í arvastreingi føroyinga Hannes Gislason, Fróðskaparsetrið
Russland, Nato og kríggið í Ukraina Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið The Economic Impact of Increasing Salmon Size in the Faroe Islands Zvonko Mrdalo, Fróðskaparsetrið Tvær konur sum doyðu í barsilssong Jákup Reinert Hansen, Fróðskaparsetrið
Mánakvøldið 23. september kl. 19 Miðlatún í Vági Kanningar av sjósílum í Føroyum Kirstin Eliasen, Firum Global rák, lokalar avbjóðingar, og framtíðarímyndanir í Suðuroy Ragnheiður Bogadóttir, Fróðskaparsetrið Hvønn leiklut spælir málið, tá umræður at lata dyr upp til føroyska arbeiðsmarknaðin? Elisabeth Holm, Fróðskaparsetrið
Vísindavøkan 2024 verður í Sjóvinnuhúsinum 27. september Framløgur, tiltøk og miðlafagnaður á skránni. Framløgurnar verða eisini stroymdar beinleiðis. Tiltøkini eru almenn og ókeypis.
else.fo
Hvussu ávirkar havið skýggini? Sigurd Christiansen, Fróðskaparsetrið
Mánakvøldið 16. september kl. 19 Bókasavnið við Løkin