Ársfrágreiðing 2024 - Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan

Page 1


Ársfrágreiðing 2024

Útgivið

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan og Granskingarráðið

Sniðgivið VIRKA

Prent Føroyaprent

ISBN 978-99972-903-3-5

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan er sambært løgtingslóg nr. 89 frá 7. juni 2020 sett at ráðgeva Føroya landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.

Skrivarauppgáva Ráðsins er løgd til fyrisitingina í Granskingarráðnum at røkja.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan telur formann og seks limir, sum landsstýrisfólkið í granskingarmálum velur eftir persónligum eginleikum og fakligum før leikum. Ráðslimirnir umboða tilsamans vitan um og royndir við gransking, menning og nýskapan bæði alment og vinnuligt. Ein meiriluti av ráðslimunum skal hava granskingarførleika í minsta lagi á lektarastigi, og fleiri skulu hava viðkomandi og drúgvar royndir úr vinnuni..

Ráðslimirnir eru:

Tórheðin J. Jensen formaður, DBA, marknaðarleiðari hjá Varðanum

Magni Mohr

ph.d., professari í arbeiðs­ og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya

Eyðun E. Jacobsen

ph.d. í teldufrøði, ráðgevi hjá Klintra

Gunnvør á Norði

ph.d. í lívfrøði, deildarleiðari á Fiskaaling

Jan Rasmussen

ph.d., serlækni í hjartasjúkum á Landssjúkrahúsinum

Ragnheiður Bogadóttir

ph.d., lektari í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetri Føroya

Sóley H. Hammer

MA í løgfrøði, leiðari í Hugskotinum

Formæli

Gransking, menning og nýskapan eru lyklasúlur fyri framburði av føroyska samfelagnum. Hesar súlur eru ikki kostnaður fyri samfelagið – tær eru íløga í okkara framtíð. Tær stimbra framleiðslu, skapa nýggjar møguleikar og geva okkum førleika at hava ábyrgd av okkara egnu avgerðum og skapa okkara framtíð.

Føroyska samfelagið stendur á einum vegamóti. Skeiklað aldurssamanseting, broytingar í náttúrutilfeinginum og globalir spenningar seta okkum undir trýst og hótta fíggjarliga haldførið, men geva okkum eisini ein møguleika at arbeiða við nýggjum loysnum, ið byggja á vitan og nýhugsan.

Hetta er ikki tíðin at steðga á, hetta er tíðin at seta ferð á. Kortini vísa hagtølini, at Føroyar fara øvugta vegin. Íløgurnar í gransking og menning eru minkaðar seinastu ár ini og liggja langt niðanfyri bæði norðurlendska stigið og málið hjá Evroparáðnum, sum er 3 % av BTÚ. Hetta er ikki ein støða, vit kunnu loyva okkum at vera nøgd við.

Vit í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan halda, at tíðin nú er komin at venda gongdini. Tað almenna má seta størri játtanir av, og privati geirin má tora meira. Saman mugu vit skapa greiðar karmar, sum gera tað lættari at granska, menna og nýskapa. Vit mæla tí til eina greiða og bindandi ætlan: at Føroyar røkka 3 % av BTÚ í íløgum til gransking, menning og nýskapan í 2030. Hetta er eitt mál, ið fleiri framkomin lond longu hava rokkið, og sum vit hava allar fortreytir at náa, um viljin er til staðar.

Vit mugu samstundis styrkja samstarvið í landinum. Granskingarumhvørvið er ov spjatt, og ov lítil synergi er millum stovnar og vinnu. Við at savna førleikar, menna felags karmar og gera samstarv meira náttúrligt, kunnu vit lyfta støðið munandi. Fróðskaparsetrið eigur at hava ein lyklaleiklut – men tað krevur, at vit styrkja Setrið og knýta tað tættari at øðrum granskingareindum og vinnuni.

Vit hava nógv at læra av londum sum Íslandi. Har hava tey ment eitt fjølbroytt og vitanardrivið vinnulív – eisini í tíðum við fíggjarligum mótburði. Úrslitið er ein búskapur, ið stendur á fleiri súlum og sum dregur ung fólk við hægri útbúgvingum heim aftur. Føroyar kunnu gera tað sama, tí vit hava somu fortreytir, og okkara støða verður verri, um vit lata vera.

Vit mæla til, at vit fáa eina heildarætlan fyri gransking, menning og nýskapan, sum verður samtykt av politisku skipanini og kann verða brúkt sum stýringsamboð næstu árini. Uttan langtíðarhugsan verður ongin veruligur framburður.

Ráðið er sannført um, at íløgur í vitan, menning og nýskapan eru besta íløga, eitt samfelag kann gera. Vit vóna, at henda frágreiðing og tilmælini kunnu verða ein greiður karmur um arbeiðið at gera Føroyar sterkari, meira burðardyggar og betur førar fyri at kappast í framtíðini.

Tórshavn, desembur 2025

Tórheðin J. Jensen Dagmar Joensen-Næs

Formaður Skrivari

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan Granskingarráðið

Innihald

Samandráttur

Stórar avbjóðingar eru í føroyska samfelagnum. Skeiklað aldurssamanseting og sveiggj í náttúrutilfeinginum hótta búskaparliga haldførið, avleiðingar av veðurlagsbroytingum gerast alsamt týðiligari, og spenta trygdarstøðan í heiminum skapar avbjóðingar á verjuog handilsøkinum.

Gransking, menning og nýskapan veita nýggja vitan og loysnir, ið við skynsamari nýtslu av tilfeinginum og øktum inntøkum til samfelagið tryggja vælferð og kappingarføri. Kortini gera vit minni íløgur í gransking og menning, enn vit hava gjørt, og liggja langt aftanfyri grannalondini á hesum øki.

Tørvur er á nýggjum hugburði, ið sær gransking, menning og nýskapan sum íløgur í framtíðina, og veitir bestu kor og karmar til hetta virksemi.

Íløgur í gransking og menning minka

Føroyskar fyritøkur og stovnar gjørdu í 2024 íløgur í gransking og menning fyri 336 mió. kr. Tað svaraði til 1,2 % av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ). Hetta var 31 mió. kr. lægri enn árið fyri, svarandi til 0,1 prosentstig minni av BTÚ. Í mun til 2022 er minkingin heili 0,4 prosentstig. Íløgurnar í gransking og menning eru serliga minkaðar hjá privatum vinnufeløgum.

Evroparáðið hevur í 2002 sett sum mál, at londini í Evropa skulu brúka 3 % av BTÚ til gransk ing og menning fyri at fremja burðardyggan vøkstur og varðveita altjóða kappingar føri. Av Norðurlondum hava Svøríki, Finnland og Danmark rokkið hesum máli. Føroyar liggja langt frá málinum hjá Evroparáðnum og nógv aftanfyri hini Norðurlondini.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir til, at Føroyar seta sær sum mál at økja íløgur til gransking, menning og nýskapan til 3 % prosent av BTÚ í 2030 fyri at megna at fylgja við í samfelagsmenningini samanborið við grannalondini og Evropa annars.

Gransking og nýskapan skapa búskaparvøkstur

Raðfestingar, skerjingar og rakstrarátøk kunnu minka um útreiðslurnar hjá almennu Føroyum, men íløgur í gransking og nýskapan mugu til hjá bæði almennum og privatum fyri at skapa øktar inntøkur.

Neyðugt verður at raðfesta gransking og nýskapan við fyriliti fyri skynsamari nýtslu av bæði menniskjaliga, samfelagsliga og náttúrugivna tilfeinginum.

Ísland, sum líkist okkum, hevur havt stórt hepni við at leggja dent á at menna gransking og nýskapan, eisini í krepputíðum. Átøk fyri at menna gransking og nýskapan í Íslandi hava gjørt, at búskapurin hevur fingið eina fjórðu súlu afturat fiskivinnu, orku og ferðavinnu, sum er grundað á hátøkni.

Stórir fyrimunir liggja í at vera eitt lítið land. Stutt er til tey, ið ráða – og til ber at gera nýggj átøk og skipa sítt virksemi uttan nógva og tunga umsiting. Við røttu íløgunum kunnu Føroyar gera seg galdandi á fleiri økjum, t.d. innan aling, umhvørvisgransking og á heilsuøkinum.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir til, at vit í størri mun raðfesta gransking og nýskapan við íblástri úr Íslandi, men sett í føroyskan samanhang.

Hægri játtan og afturberingarskipan

Áhugin og førleikarnir at fara undir granskingarverkætlanir, sum skulu fáa okkum nýggja vitan og loysnir til vega, eru munandi økt seinastu 15 árini. Samstundis hevur játtanin á

løgtingslógini til stuðul til gransking mestsum staðið í stað. Á hvørjum ári eru fleiri góðar og týðandi verkætlanir, sum ikki kunnu fáa játtan vegna avmarkaðu tøku játtanina. Tað hevur við sær, at nógv ung ikki kunna fara undir ph.d. lesnað, og vandi er fyri, at fleiri góðar gransk ingarverkætlanir detta niðurfyri. Harvið missur samfelagið vitan og førleikar, ið kundu komið okkum øllum til góðar.

Størri granskingarvirksemi skapar eisini fleiri størv til okkara ungu, sum hava lisið uttanlands, og leggur lunnar undir fleiri og fjølbroyttari universitetsútbúgvingar í Føroyum.

Størri almennar íløgur á fíggjarlógini til gransking og menning fara eisini at styrkja møguleik arnar fyri at draga útlendskan granskingarstuðul til Føroyar, ið veruliga kann seta ferð á gransking og menning í Føroyum. Samstundis mugu aðrar skipanir setast í verk, sum skunda undir gransking og nýskapan.

Í grannalondunum eru skipanir, ið stuðla nýskapandi fyritøkum við afturbering fyri íløgur í nýskapan. Serliga í Íslandi hava tey góðar royndir av eini afturberingarskipan, ið endurrindar nýskapandi fyritøkum part av íløgunum til nýskapan.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir til, at játtanin til skipanina stuðul til gransking á fíggjarlógini verður hækkað munandi, og ein afturberingarskipan fyri nýskapandi fyritøkur verður sett á stovn.

Samstarv og samskipan Føroyska granskingarumhvørvið er ov smábýtt. Umframt Fróðskaparsetrið eru fleiri almennir stovnar, sum granska, serliga sum part av myndugleikauppgávum.

Á fleiri økjum verða somu ella líknandi evni granskað. Samstarvið millum stovnarnar er ment munandi seinnu árini, men tørvur er á nógv meira og tættari samstarvi enn í dag.

Sum lítil tjóð hava vit eina avbjóðing við at kunna hava nóg nógv fólk til at varðveita vitanarøkið á burðardyggan hátt og skipa neyðugu útbúgvingartilboðini. Um førleikarnir verða savnaðir meira, verður orkan nýtt meira skynsamt, og góðar fortreytir eru fyri at fáa meira burturúr førleikum og kørmum í verandi stovnum.

Fróðskaparsetrið eigur at vera í miðdeplinum fyri gransking í Føroyum. Fróðskaparsetrið og aðrir granskingarstovnar eiga at verða knýttir munandi tættari saman, har tað er møguligt og gevur meirvirði.

Um granskingarumhvørvið í Føroyum hevði verið knýtt tættari saman við Fróðskapar setrinum sum miðdepli, hevði serkunnleikin og granskingin undir myndugleikatænastunum eisini vaksið, umframt at tænastur og ráðgeving til føroyska samfelagið høvdu verið framd av eini størri og sterkari eind.

Størri formligar granskingareindir høvdu eisini økt um møguleikarnar at vunnið stórar granskingarpengar frá útlandinum.

Tørvur er eisini á at menna samstarvið millum granskingarstovnar og vinnu. Nakrir stovnar og vinnufyritøkur samstarva um verkætlanir, sum eru av felags áhuga, men stórir ótroyttir møguleikar eru fyri at menna vitan og førleikar til at skapa nýggjar ella betri vørur og tænastur við øktum inntøkugrundarlagi í huga.

Í Íslandi eru fleiri almennir deplar og stovnar, ið virka fyri samstarvi millum granskingar umhvørvið og vinnuna. Líknandi skipanir eiga at verða settar í verk í Føroyum.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir til, at átøk verða sett í verk fyri at skipa tættari formligt samstarv millum Fróðskaparsetrið og hinar granskingarstovnarnar.

Spjaddar stuðulsskipanir

Stuðulsskipanir til gransking, menning og nýskapan eru spjaddar í Føroyum. Fleiri skipanir liggja hjá Granskingarráðnum, men fleiri liggja eisini í aðalráðum ella sum sjálvstøðugar eindir.

At savna flestallar almennar stuðulsskipanir við einari felags fyrisiting hevði givið synergieffekt, meira effektivitet og betri og greiðari tænastu til umsøkjarar og myndugleikar.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir til, at allar stuðulsskipanir til gransking, menning og nýskapan verða savnaðar í eina eind at fyrisita.

Meira samstarv við umheimin

Føroyar hava avtalur um samstarv um gransking og nýskapan við ES og Norðurlond, ið geva stórar møguleikar fyri at fáa fígging til verkætlanir og atgongd til nýggja vitan.

Serliga avtalan við ES verður ikki gagnnýtt í nóg stóran mun. Granskingarstovnarnir senda ov fáar umsóknir um fígging frá ES stuðulsskipanini Horizon Europe og tilhoyrandi partaløgum.

Umsóknir til Horizon Europe eru umfatandi og tíðarkrevjandi. Fróðskaparsetrið hevur sett á stovn eina Granskingar­ og framtakseind, ið hjálpir granskarum at søkja um fígging, og Granskingarráðið kann játta stuðul til arbeiði við altjóða umsóknum. Hóast hesi átøk verða alt ov fáar umsóknir sendar til ES.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir til, at Granskingar­ og framtakseindin á Fróðskaparsetrinum verður styrkt og víðkað til eisini at veita granskarum á øðrum granskingarstovnum og fyritøkum stuðul til at skriva umsóknir um uttanhýsis fígging.

Heildarætlan fyri gransking og nýskapan Í øllum grannalondunum hava tey heildarætlanir, sum verða lagdar fyri at skipa gransking og nýskapan og áseta, hvørji mál skulu røkkast.

Stórur tørvur er at fáa eina slíka heildarætlan í Føroyum, sum politiska skipanin kann nýta sum stýringsamboð til at gera ítøkiligar strategiskar ætlanir fyri, hvørji mál skulu røkkast komandi ár.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan arbeiðir við at gera eitt tilmæli til eina heildarætlan, sum væntandi verður klárt í vár.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir til, at heildarætlan fyri gransk ing og nýskapan verður orðað í samráði við landsstýrið og lagt fyri løgtingið til umrøðu og samtyktar.

PURE Føroyar

Granskingarpallurin PURE Føroyar veitir kunning um allar granskingarstovnar, granskarar og granskingarvirksemi í Føroyum.

Granskingarumhvørvið í Føroyum hevur eitt víðfevnt altjóða samstarv. Á myndini er frámerki á teimum londum, har granskarar hava samstarvað um gransking og vísindaligar útgávur seinastu 5 árini.

�. Avbjóðingar

Heimurin broytist skjótt, og meira enn nakrantíð er tørvur á dygdargóðari gransking og nýskapan fyri at skilja trupulleikarnar og menna okkara førleikar at finna nýggjar loysnir, ið kunnu styrkja trygd, vælferð og kappingarføri í komandi tíðum.

Føroyska samfelagið hevur í stóran mun somu avbjóðingar sum grannalondini. Kortini gera vit nógv minni íløgur í gransking og nýskapan enn hini norðanlondini og flestu lond í Evropa. Tørvur er á nýggjum hugburði, ið sær fígging av gransking og nýskapan sum íløgu heldur enn útreiðslu. Neyðugt verður eisini at gera langtíðar ætlanir, ið áseta karmar fyri týðandi partar av granskingar­ og nýskapanarøkinum í fleiri ár.

Haldføri, umhvørvi og trygd

Føroyska samfelagið hevur ein haldføristrupulleika, tí javnvág er ikki í inntøkum og útreiðslum. Hetta kemst serliga av, at aldurssamansetingin verður meira og meira skeiklað. Færri børn verða fødd, fleiri ung flyta av landinum, og fleiri eldri verða, ið krevja heilsuviðgerð og røkt. Tørvur er á arbeiðsmegi á fleiri økjum bæði í vinnulívinum og til vælferðartænastur.

Samstundis hevur tað stóra ávirkan á samfelagsbúskapin, at uppsjóvarfiskiskapurin er mink aður, og laksaprísurin er nógv fallin.

Avleiðingar av veðurlagsbroytingum merkjast eisini hjá okkum. Sjógvurin hitnar, fiskastovnar flyta, og útlit eru til ógvisligari veðurlag við fleiri ódnum og meira avfalli. Neyðugt er at granska og nýskapa fyri at finna loysnir, ið brynja samfelagið til nýggju fortreytirnar við broyttum veðurlagi og skynsamari orkunýtslu.

Samstundis skapar spenta trygdarstøðan í heiminum nýggjar avbjóðingar á verju­ og handilsøkinum. Neyðugt er at finna loysnir, ið kunnu tryggja samfelagið í kreppustøðu og verja okkara fólkaræði og samfelagsvirðir.

Kollveltandi broytingar á talgilda økinum geva stórar møguleikar, men hava eisini nýggjar avbjóðingar við sær. Neyðugt er at finna loysnir fyri, hvussu vit á bestan hátt kunnu gagnnýta tøkniligu møguleikarnar, ið serliga vitlíki hevur við sær. Í samstarvi við onnur Í londunum kring okkum leggja stjórnir langtíðarætlanir og játta stórar upphæddir fyri at styrkja gransking og nýskapan, sum skulu tryggja virðir, vælferð og kappingarføri.

Føroyar hava við røttu raðfestingum møguleika at taka virknan lut í norðurlendskum og evropeiskum granskingarsamstarvi, so vit kunnu gera okkara til at skapa og fáa lut í nýggjari vitan, sum er okkara mest týðandi tilfeingi fyri at vinna á teimum avbjóðingum, ið liggja fyri framman.

�. Meting av almennu gongdini og tilmæli

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur viðgjørt fleiri ymisk mál, ið hava týdning fyri gransking og nýskapan í Føroyum. Ráðið hevur fingið kunning og íblástur frá umboðum fyri stovnar og ráð, sum virka á økjum, ið viðvíkja gransking og nýskapan. Eisini hevur Ráðið verið á kunningarferð í Íslandi, har vitjað varð á fleiri stovnum og ráðum.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan er av tí sannføring, at gransking og nýskapan eru lykilin til búskaparligt kappingarføri, sosiala vælferð og verju av umhvørvinum nú og í framtíðini.

Neyðugt verður tí at leggja stóran dent á íløgur í gransking, menning og nýskapan við munandi størri almennari og privatari fígging og við tryggari og meira málrættaðum kørmum og ætlanum. Eisini mugu verandi førleikar og karmar brúkast enn betur fyri at fáa meira burturúr verandi tilfeingi.

2.1 Hagtøl – gransking og menning í minking

Hagtøl fyri íløgur í gransking og menning í mun til BTÚ seinastu trý árini vísa, at íløgurnar minka støðugt, og at Føroyar liggja væl aftanfyri hini Norðurlondini, sum øll hava økt íløgur sínar í gransking og menning í sama tíðarskeiði.

Í 2024 gjørdu føroyskar fyritøkur og stovnar íløgur í gransking og menning fyri 1,2 % av BTÚ. Tað var 0,4 prosentstig minni enn í 2022 ella ein lækking á 25%.

Evroparáðið mælir til, at lond í Evropa brúka 3 % av BTÚ til gransking og menning. Harav eigur tað almenna at brúka 1 % og tað privata 2 %. Endamálið við tilmælinum er at økja framleiðslu, kappingarføri og vælferð við at skapa nýggja vitan, tøkni og loysnir fyri samfelagsligar avbjóðingar. Svøríki, Finnland og Danmark rukku í 2023 málinum hjá Evroparáðnum. Føroyar eru enn langt frá hesum máli.

Tað hevur alstóran týdning, at politiski hugburðurin til gransking og menning broytist, so játtanir og stuðul ikki verða mett sum útreiðslur, men sum íløgur, ið koma fleiri ferðir aftur. Føroyar hava stóran tørv á at seta meira ferð á gransking og menning fyri at kunna loysa tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman, og eiga ikki at liggja aftanfyri hini Norðurlondini á hesum øki.

TILMÆLI: Føroyar skulu seta sær sum mál at økja íløgur til gransking og menning á hvørjum ári, til vit í minsta lagi røkka 3 prosentum av BTÚ í 2030.

Allýsingar fyri gransking, menning og nýskapan (OECD)

Gransking og menning er skapandi og skipað arbeiði, sum hevur til endamáls at økja umvitanarfæið – herímillum eisini vitan um mannaættina, mentan og samfelag – og at finna nýggjar hættir at brúka tøka vitan. (verður hereftir í einum nevnt gransking)

Nýskapan er ein nýggj ella betrað vøra ella tilgongd (ella samanseting av hesum), ið er munandi øðrvísi enn fyrrverandi vørur ella tilgongdir, og sum er komin á marknaðin (vøra) ella tikin í nýtslu av fyritøku (tilgongd).

2.2 Búskapur – gransking og nýskapan skapa vøkstur

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur havt fund við umboð fyri Búskaparráðið um, hvussu gransking og nýskapan kunnu vera við til at skapa ein meira fjøltáttaðan búskap, ið kann leggja lunnar undir nýggjar lønandi vinnur.

Virksemið hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan er nær tengt at pørtum av arbeiðinum hjá Búskaparráðnum. Búskaparráðið ráðgevur landsstýrinum um búskaparspurningar og hevur eisini gjørt eina temafrágreiðing um nýskapan. Tilmælir frá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan eiga at verða samskipað við tilmælir hjá Búskaparráðnum.

Búskaparráðið er samt í, at gransking og nýskapan hava stóran týdning fyri búskaparvøkstur og hægri livistøði. Raðfestingar, skerjingar og rakstrarátøk kunnu minka um útreiðslurnar hjá almennu Føroyum, men íløgur í gransking og nýskapan mugu til hjá bæði almennum og privatum fyri at skapa øktar inntøkur.

Rák uttan úr heimi skunda undir hugburðsbroyting í Føroyum, ið byggir undir størri íløgur í gransking og nýskapan. Marknaðurin krevur, at vit menna grønar orkuskipanir og raðfesta góðsku fram um nøgdir.

Vit eiga at megna betri at brúka teir stóru fyrimunir, ið liggja í at vera eitt lítið land. Tá tað ber til at vera millum tey bestu í heiminum í hondbólti, ber eisini til at vera best í heiminum á øðrum økjum. Við røttu hugskotunum og íløgunum kunnu Føroyar gera seg galdandi altjóða á fleiri økjum, t.d. innan fiskivinnu, aling, orkuskipanir og heilsu.

Granskingargrundað vitan skal í størri mun vera tøk á øllum samfelagsøkjum, og politiska skipanin eigur at gagnnýta vitan og førleikar hjá granskarum, tá arbeitt verður við nýggjum átøkum.

Eitt gott dømi í Føroyum um, at íløgur í gransking, menning og nýskapan loysa seg, er alivinnan, sum lá í sori eftir ILA. Nú er hon ein sterk vitanartung vinna, har nógv vælútbúgvin ung velja at starvast. Fleiri onnur dømi eru um vinnugeirar og ­fyritøkur, ið hava klárað seg væl við at nýta vitan.

Hátøkni hevur ment alivinnuna og kann gera tað við fleiri aðrar vinnur eisini. Føroyar hava allar møguleikar fyri nýskapan í verandi vinnum, t.d. úrdráttur úr fiski og tøkni til fiskivinnuna, har okkara vitan og nýskapan eisini kann verða útflutt øðrum at nýta.

Møguleikar eru eisini í ferðavinnuni fyri at skapa nógv størri inntøkur til samfelagið. Men samstundis eiga vit eisini at læra av feilunum hjá øðrum ­ vit skulu menna og skapa tilboð, ið varðveita bæði náttúruna og føroyska samfelagið. Tað krevur gransking og vitan, ið vit bert sjálvi kunnu skapa í Føroyum.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur fingið íblástur frá vitjan í Íslandi um, hvussu íløgur í gransking og nýskapan kunnu menna búskapin og styrkja vælferðar samfelagið.

Ráðið er av tí sannføring, at vit kunnu læra nógv av íslendingum, sum hava lagt stóran dent á at menna gransking og nýskapan, eisini í tíðum tá djúp kreppa var í landinum. Íslendska stjórnin megnaði at fáa gongd á samfelagsbúskapin aftur eftir kreppuna fyrst í hesi øldini við at skapa rætta umhvørvið fyri gransking og nýskapan og satsa uppá vitanarsamfelagið. Nýggjar vinnur eru sprotnar fram, sum hava fingið búskapin at blóma. Serliga ferðavinnan mentist skjótt og fekk ferð á búskapin, men hon hevur eisini havt óskynsamar avleiðingar, ið vit ikki eiga at endurtaka.

Átøk fyri at menna gransking og nýskapan í Íslandi hava havt við sær, at búskapurin hevur fingið eina fjórðu súlu, sum er komin afturat fiskivinnu, orku og ferðavinnu. Nýggja súlan er ein hátøknivinna, ið fjøltáttar búskapin og skapar rúm fyri vælløntum størvum, ið fáa ung fólk við høgum útbúgvingum at flyta heim aftur.

Ísland var munandi verri fyri, tá tey settu ferð á nýskapan, enn Føroyar eru nú. Fortreytirnar hjá Føroyum at raðfesta gransking og nýskapan eru nógv betur enn hjá íslendingum – íslendingar hava í dag eitt væl størri hall á fíggjarlógini enn føroyingar. Og almenna skuldin hjá Føroyum er nógv lægri enn í Íslandi.

TILMÆLI: Gransking og nýskapan skulu raðfestast væl hægri fyri at kunna skapa inntøkur til føroyska samfelagið, ið kunnu bøta um haldførið í búskapinum.

2.3 Fígging – játtan má økjast

Játtanirnar til gransking og nýskapan á fíggjarlógini hava mestsum staðið í stað seinastu nógvu árini. Játtanin má økjast munandi, um verulig ferð skal koma á gransking og nýskapan í Føroyum. Politiska skipanin eigur at síggja hesa játtan sum eina íløgu, ið fer at koma samfelagnum til góðar bæði nú og í framtíðini.

Skipanir eiga at verða settar í verk, sum kunnu skunda undir gransking og nýskapan. Í Íslandi hava tey góðar royndir av eini afturberingarskipan til nýskapandi fyritøkur, ið kunnu fáa part av íløgunum endurgoldnar. Hendan skipanin hevur havt stórt árin á nýskapan í Íslandi og hevur millum annað verið við til at ment fyritøkuna Kerecis, ið er fyrsta Unicorn fyritøkan í Íslandi (íverksetarafyritøka við virði yvir 1 millard dollarar). Danmark og Noreg hava eisini líknandi skipanir.

Nýskapandi fyritøkur hava trupult við at fáa váðafúsan kapital. Vinnan hevur tørv á váðafúsum kapitali bæði úr Føroyum og úr útlandinum.

TILMÆLI: Játtanin til gransking og nýskapan skal hækka munandi. Ein afturberingarskipan skal setast í verk, har nýskapandi fyritøkur fáa part av íløgunum til gransking og nýskapan endurgoldnar.

2.4 Bygnaður – meira samstarv

2.4.1 Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetrið er nógv ment seinastu árini, m.a. við einari granskingar­ og framtakseind fyri uttanhýsis fíggjað granskingarvirksemi, ið eisini umsitur ein nýggjan føroyskan ph.d.skúla.

Setrið hevur gjørt nýggja strategiætlan, sum hevur sum mál at menna gransking og hægri útbúgving fyri at tálma fráflyting og fáa fleiri at støðast í Føroyum.

2.4.2 Samstarv millum granskingarstovnar

Føroyska granskingarumhvørvið er smábýtt. Umframt Fróðskaparsetrið eru fleiri stovnar, ið granska á hvør sínum øki. Flestu teirra hava eisini myndugleikauppgávur.

Fróðskaparsetrið eigur at vera í miðdeplinum fyri gransking í Føroyum. Fróðskaparsetrið og aðrir granskingarstovnar eiga at verða knýttir munandi tættari saman, har tað er møguligt og gevur meirvirði.

Eitt Leiðsluforum fyri allar granskingarstovnar í Føroyum, ið Fróðskaparsetrið hevur tikið stig til, hevur givið betri samskifti millum stovnarnar. Hetta er eitt gott stig á leiðini, men tørvur er á uppaftur tættari formligum samstarvi.

Føroysku granskingarstovnarnir eru ikki nóg sterkir hvør fyri seg. Granskarar fáa ikki gagnnýtt sínar førleikar í nóg stóran mun, tí teir eru so bundnir av fyrisitingarligum og rakstraruppgávum, at lítið av tíð er til granskingarpartin. Í fleiri førum er talan um dupultfunktiónir, ið kundu verið savnaðar á einum staði, um stovnarnir vóru formliga knýttir tættari saman.

Eitt dømi um hetta er Granskingar­ og framtakseindin á Setrinum, ið eisini kundi hjálpt granskarum á øðrum stovnum og fyritøkum við umsóknum um fígging til granskingarverkætlanir. Eisini høvdu betri møguleikar verið fyri samstarvi um starvsstovur og annan infrastruktur.

Størsti vinningurin av at savna føroyska gransking er at kunna skipa størri og sterkari eindir við nóg nógvum fólkum innan ymisku økini. Um øll, sum granska í Føroyum, arbeiða saman, verða bæði gransking og undirvísing á universitetsstigi betri, og myndugleikatænastur og ráðgeving til føroyska samfelagið høvdu kunnað verið framdar av breiðari serfrøðingatoymum heldur enn av fáum einstaklingum.

Størri granskingareindir høvdu skapað nýggj vitanarstørv í Føroyum, minkað um fráflyting av okkara ungu og verið grundarlag undir einum granskingargrundaðum samfelagi, sum hevði havt stóra ávirkan á langtíðar haldføri.

Aðrir fyrimunir við at skipa granskingarstovnarnar í tættari formligum samstarvi við Fróðskaparsetrið er, at granskarar á øðrum stovnum høvdu kunnað fingið universitetstilknýti og harvið akademiskar titlar, ið høvdu styrkt møguleikarnar hjá teimum fyri at fingið lut í útlendskum samstørvum og granskingarpengum.

Neyðugt er tó við varsemi, um farið verður undir at samskipa virksemið hjá granskingarstovnunum í størri mun. Fyrilit má takast fyri serkunnleika hjá hvørjum einstøkum stovni, og samskipanin má fara fram í neyvum samstarvi við partarnar.

TILMÆLI: Átøk skulu setast í verk fyri at skipa tættari formligt samstarv millum Fróðskaparsetrið og hinar granskingarstovnarnar.

2.4.3 Almenna granskingarumhvørvið og vinnan

Tørvur er á meira og nógv sterkari samstarvi millum granskingarstovnar og vinnu fyri at gagnnýta førleikar og vitan hjá hvørjum øðrum og styrkja kappingarførið.

Fróðskaparsetrið má gerast sterkari í mun til at veita vinnuni vitan og nýggjar loysnir. Í nýggju strategiætlanini vil Fróðskaparsetrið virka fyri at menna gransking bæði fyri privatar og almennar megingeirar. Setrið metir, at tørvur serliga er á útbúgving og gransking til fiski­ og alivinnuna, byggivinnuna og ferðavinnuna. Ætlanir eru eisini um at menna gransking innan heilsuøkið, m.a. við at fáa læknaútbúgving setta á stovn.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan metir, at útbúgvingar á tøkniliga og handilsliga økinum hava størstan virknað fyri at fáa ferð á nýskapan.

Fróðskaparsetrið er í gongd við at seta á stovn vitanardeplar í samstarvi við uttanhýsis áhugapartar, sum hava serliga stóran týdning fyri megingeirar í Føroyum. Tað eru ser liga deplar í matvøruvísindum og biotøkni, námsfrøði og skúlagransking, byggivinnu, ferðavinnu, grønari orku og flutningi. Umframt hetta er staðfest í lóg, at Sjúkrahúsverkið skal skipast sum universitetssjúkrahús saman við Setrinum.

Í Íslandi hevur samstarv millum vinnu og universitet havt sera stóran týdning. Tað hevur verið við til at ment nýggja tøkni, ið hevur lagt lunnar undir framburð í vinnuni og skapt áhugaverd størv, sum hava fingið ung fólk at flyta heimaftur.

Íslendski depilin fyri nýskapan og íverksetan, Gróska, hevur havt stóran týdning fyri at menna nýskapanina. Depilin, ið bjóðar íverksetarum og nýskapanarfyritøkum skrivstovur við atgongd til fundarhølir við meira, liggur á kampus hjá Háskóla Íslands, sum depilin hevur neyvt samstarv við. Gróska hýsir eisini almannagagnliga deplinum KLAK, ið stuðlar nýskapan og íverksetan við virkisætlanum, ráðgeving og netverkum. Eisini er ein tøkni­ og vitanarflutningsskrivstova – Tech Transfer Office, ið m.a. hjálpir granskarum við marknaðargreining og at søkja um patent.

Eitt annað dømi um, hvussu tað almenna stuðlar nýskapan í Íslandi, er almenna partafelagið Matís, ið fremur gransking og nýskapan í matvørum í samstarvi við matvøruframleiðarar og universitet kring alt landið.

Matís og Gróska eru prógv fyri, hvussu nógv kann koma burturúr, tá allir partar møtast. Tørv ur er á líknandi nýskapanarvistskipan í Føroyum, har íverksetarar, feløg, universitet og váðafúsur kapitalur koma saman á einum staði. Ein tílíkur nýskapanardepil eigur at liggja á kampus hjá Setrinum.

Føroyar hava fleiri av teimum elementum, ið skulu til fyri at menna nýskapan, men vitanin er spjødd fleiri staðni, og vit fáa tí ikki ta neyðugu synergieffektina.

Hugskotið, ið heldur til í Sjóvinnuhúsinum, hevur líknandi endamál og uppgávur sum íslendska KLAK. Hugskotið hevur tó ikki somu arbeiðsorku sum KLAK og megnar tí ikki at skipa fyri eins breiðari viftu av vinnuátøkum.

TILMÆLI: Ein nýskapanardepil skal setast á stovn á kampus hjá Fróðskaparsetrinum, har vinna og almennir stovnar kunnu samstarva um at menna nýggj hugskot til nýskapan.

2.4.4 Stuðulsskipanir

Stuðulsskipanir til gransking og nýskapan eru spjaddar í Føroyum. Fleiri stuðulsskipanir liggja hjá Granskingarráðnum, men tað eru eisini fleiri skipanir, so sum Fiskivinnuroyndir, Vinnuframi og Mentanargrunnurin, ið liggja inni í aðalráðum ella sum sjálvstøðugar eindir.

Røddir eru av og á frammi um nýggjar stuðulsskipanir, eitt nú á heilsuøkinum og aliøkinum. Her vísa royndir hjá Granskingarráðnum, at tað ber væl til at gera stuðulsskipan til ávíst øki uttan at gera ein nýggjan stovn.

Ráðið heldur, at flestallar almennar stuðulsskipanir eiga at verða savnaðar við einari felags fyrisiting. Tað hevði gjørt tænastuna til umsøkjarar og myndugleikar greiðari, og samlaða orkan hevði verið gagnnýtt betur. Eisini hevði tað givið synergieffekt, meira effektivitet og mótstøðuføri ímóti starvsfólkabroytingum, umframt at tað hevði í størri mun tryggjað óheftni og armslongdar­frástøðu.

Lógin um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan, sum Granskingarráðið virkar undir, loyvir eini slíkari samskipan. Hædd má tó takast fyri, at arbeiðsgongdir hjá ymsum málbólkum, ið søkja um stuðul, eru sera ymiskar. Munur er m.a. á umsóknar freistum, krøvum til umsóknir og metingarmannagongdum.

Í Íslandi liggja allar stuðulsskipanir innan gransking, nýskapan, útbúgving og mentan hjá stovninum Rannís. Rannís samskipar eisini íslendsku luttøkuna í evropeiskum og norðurlendskum skráum sum Horizon Europe og Erasmus+.

TILMÆLI: Allar stuðulsskipanir til gransking og nýskapan skulu savnast í eina eind at fyrisita.

2.5 Útlendskt samstarv

Samstarv millum føroyskar og útlendskar granskingar­ og útbúgvingarstovnar á øllum stigum hava stóran týdning. Eisini hevur tað stóran týdning, at føroyskir granskarar hava møguleika fyri at samstarva við útlendskar granskarar og luttaka í altjóða netverkum.

Føroyar hava avtalur um samstarv um gransking og nýskapan við ES og Norðurlond, ið geva stórar møguleikar fyri at fáa fígging til verkætlanir og atgongd til nýggja vitan.

Í Føroyum hava vit enn ikki megnað at fáa nóg nógv burtur úr ES samstarvinum. Avtalan við ES verður ikki gagnnýtt í nóg stóran mun. Granskingarstovnarnir ­ serliga Fróðskaparsetrið – senda ov fáar umsóknir um stuðul frá granskingar­ og menningarskránni Horizon Europe og tilhoyrandi partaløgum.

Umsóknir til Horizon Europe eru sera umfatandi og tíðarkrevjandi, og kappingin um stuðulin er hørð. Átøk eru gjørd fyri, at føroyskir granskarar kunnu fáa meira burturúr ESsamstarvinum. Fróðskaparsetrið hevur sett á stovn eina granskingar­ og framtakseind, ið skal stuðla undir arbeiðinum at søkja uttanhýsis granskingarfígging. Eisini kunnu føroyskir stovnar og fyritøkur fáa stuðul frá Granskingarráðnum til at arbeiða við altjóða umsóknum.

Størri granskingareindir, ið kundu ment eina strategiska tilgongd, høvdu bøtt munandi um støðuna. Eisini hevði tað verið ein fyrimunur, um føroyska sendistovan í Bruxelles og sendistovur aðrastaðni í nógv størri mun kundu verið nýttar í mun til at stuðla gransking.

Ísland hevur megnað sera væl at fáa fígging til gransking og nýskapan frá útlendskum stuðuls skipanum, sum hevur havt stóra ávirkan á gransking og nýskapan í Íslandi.

Ein orsøk til, at Ísland hevur megnað at fingið nógvan stuðul frá ES er, at íslendskir granskarar fáa munagóða hjálp til at skriva umsóknir bæði frá granskingarstovnunum og frá Rannís. Ein onnur orsøk er, at Ísland frá byrjan umframt at vera partur av Horizon Europe eisini hevur verið við í ERASMUS skipanini, ið veitir stuðul til altjóða verkætlanir um flytføri og samstørv. Hendan skipanin hóskar sera væl til smátjóðir. Nógvar verkætlanir, ið byrja í ERASMUS, føra til størri verkætlanir í Horizon.

Føroyar fara í næstum at gerast partur av ERASMUS, og tað fer at geva nýggjar møguleikar fyri fígging til gransking og nýskapan.

Gjaldsleisturin fyri at luttaka í Horizon Europe er nú broyttur, soleiðis at Føroyar ikki longur gjalda eitt fast gjald fyri at vera við, men í staðin gjalda fyri tær verkætlanir, vit eru við í, umframt eitt nýtslugjald, sum er tillagað í mun til úrtøkuna undanfarnu tvey árini.

Samstarvið við ES um gransking og nýskapan hevur stóran týdning fyri Føroyar og eigur at halda fram, men neyðugt verður at gagnnýta møguleikarnar væl betri.

Eftir at Føroyar hava fingið fullan limaskap í NordForsk og eru farnar at luttaka í norðurlendskum granskingarátøkum við egnari fígging, er munandi meira komið burturúr umsóknum um stuðul frá norðurlendska granskingarstovninum, sum í stóran mun leggur dent á samstarv millum granskarar í Norðurlondum. Í 2024 fingu Føroyar fleiri ferðir aftur tað, ið vit rindaðu til luttøku í NordForsk átøkum.

TILMÆLI: Almennir stovnar skulu eggjast at troyta viðkomandi møguleikar í altjóða skipanum, sum Føroyar eru partur av. Granskingar- og framtakseindin á Fróðskaparsetrinum skal víðkast til eisini at veita granskarum á øðrum granskingarstovnum og fyritøkum stuðul til at skriva umsóknir.

2.6 Heildarætlan

Í grannalondunum eru strategiir lagdar fyri, hvussu gransking og nýskapan skulu skipast, og hvørji mál skulu setast.

Danska stjórnin hevur júst lagt fram eina strategiska ætlan fyri 2026­2029 um íløgur í gransking og nýskapan fyri 19 mia. kr. Endamálið er at finna loysnir á átrokandi avbjóðingum og skapa grundarlag fyri nýggjum vísindaligum frambrotum.

Íslendska stjórnin hevur samtykt eina ætlan fyri vísindi, tøkniliga menning og nýskapan fram til 2035, sum hevur sum mál at økja íløgur í gransking og menning til 3,5% av BTÚ. Fyri at røkka hesum máli hava tey eina 10 ára langa politiska visjón og eina 4 ára langa átaksætlan, ið er samskipað við fíggjarlógarætlanina.

Eisini Grønland hevur sett sær mál fyri gransking og nýskapan, ið tekur útgangsstøði í grønlendskum viðurskiftum.

Stórur og akuttur tørvur er á at fáa eina slíka heildarætlan í Føroyum, sum ásetir mál og tilgongdir fyri gransking og nýskapan í fleiri komandi ár.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan arbeiðir við at gera eitt tilmæli til heildarætlan við ítøkiligum málum fyri gransking og nýskapan. Arbeiðið við uppskotinum til heildarætlan verður væntandi klárt á vári 2026.

Heildarætlanin skal kunna nýtast sum stýringsamboð fyri politisku skipanina og verða grundarlag fyri ársfrágreiðingum hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan.

Uppskotið til heildarætlan skal gerast í samráði við viðkomandi aðalráð og eigur at samtykkjast av løgtinginum. Hetta arbeiðið kann skipast við íblástri úr Íslandi, har fastir karmar eru fyri samskiftinum millum ráðgevandi ráðið, miðfyrisitingina og politisku skipanina.

TILMÆLI: Uppskot um heildarætlan fyri gransking og nýskapan frá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan skal orðast í samráði við landsstýrið og leggjast fyri løgtingið til viðgerð og samtyktar.

3. Støðulýsing

3.1 Hagtøl

Hagstova Føroya hevur nú tríggjar ferðir savnað og skrásett hagtøl um gransking og menning á royndarstigi í samstarvi við Granskingarráðið. Nýggjastu hagtølini eru fyri 2024. Hagtølini eru gjørd eftir altjóða leisti og eru altjóða sambærlig.

Hagtøl fyri nýskapan verða uppgjørd annaðhvørt ár. Innsavningararbeiðið fyri 2022­2024 er í gongd.

3.1.1 Gransking og menning

Allir almennir stovnar og allar fyritøkur, ið eru mettar at fremja gransking og menning, verða á hvørjum ári spurd um, í hvønn mun tey fáast við gransking og menning, hvaðani fíggingin til granskingar­ og menningarvirksemi stavar, hvussu nógv arbeiðsorka verður nýtt, og innan hvørjar vísindagreinar granskingin og menningin fer fram.

Íløgur í gransking og menning minka

Føroyskar fyritøkur og stovnar gjørdu í 2024 íløgur í gransking og menning fyri 336 mió. kr. Tað svaraði til 1,2 % av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ), sum er samlaða virðið av øllum vørum og tænastum, ið verða framleiddar í landinum.

Íløgurnar í gransking og menning í 2024 vóru 31 mió. kr. lægri enn árið fyri, svarandi til 0,1 prosentstig minni av BTÚ. BTÚ er vaksið 2,9 % í ársins prísum sama tíðarskeið, sum eisini hev ur ávirkan á gongdina.

Í 2022 varð granskað og ment fyri 1,7 % av BTÚ í Føroyum. Íløgurnar í gransking og menning eru sostatt minkaðar 0,4 prosentstig seinastu tvey árini.

Íløgurnar í gransking og menning eru serliga minkaðar hjá privatum vinnufeløgum. Í 2024 gjørdu vinnufeløg 17,3 % minni íløgur í gransking og menning enn í 2023.

Hóast íløgurnar í privata geiranum eru minkaðar, stendur vinnan framvegis fyri nærum tveimum triðingum av íløgunum í gransking og menning í Føroyum. Evroparáðið hevur mælt til, at tað privata ger íløgur fyri 2 % og tað almenna 1 % av BTÚ til gransking og menning.

Íløgur í gransking og menning býtt á geirar

Lægst í Norðurlondum Íløgurnar í gransking og menning sum partur av BTÚ eru munandi lægri í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum. Í 2024 varð granskað og ment í Føroyum fyri 1,2 prosent av BTÚ. Hini norðanlondini hava enn ikki kunngjørt hagtøl fyri 2024, men í 2023 lógu øll londini væl hægri enn Føroyar.

Í Svøríki vóru íløgurnar í gransking og menning í 2023 3,6 prosent, í Finnlandi 3,1 prosent, í Danmark 3,1 prosent, í Íslandi 2,6 prosent, og í Noregi 1,9 prosent av BTÚ.

Íløgurnar í gransking og menning sum partur av BTÚ eru lækkaðar í Føroyum seinastu tvey árini, samstundis sum tær eru hækkaðar í øllum hinum norðurlondunum.

Evroparáðið hevur sett sum mál, at londini í Evropa skulu brúka 3 prosent av BTÚ til gransking og menning. Av norðurlondunum hava Svøríki, Finnland og Danmark rokkið hesum máli, og fleiri lond hava nú sett sær uppaftur hægri mál. Finnland vil røkka 4 prosentum í 2030, Ísland vil upp á 3,5 prosent, og Svøríki hevur sett sær fyri at gerast millum fremstu lond í heiminum innan gransking og nýskapan.

Gransking og menning sum partur av BTÚ

Mest gransking og menning í aling og fiskiveiðu Nógv mest gransking og menning fer fram í aling, fiskiveiðu og landbúnaði. Gransking og menning á hesum økjum er økt munandi í 2024 í mun til árið fyri.

Gransking í verkfrøði og tøkni er nógv minkað í 2024 mun til 2023 og 2022. Vøkstur hevur verið í gransking og menning í náttúruvísindum, samfelagsvísindum, hugvísindum og heilsuvísindum. Hesi tølini eru tó smá og mugu takast við fyrivarni.

Íløgur – býtt á fakøki

Mió. kr

0

Aling, fiskiveiða og landbúnaður

% broyting frá 2023 til 2024

Verkfrøði og tøkni

Náttúruvísindi Samfelagsvísindi

Hugvísindi Heilsuvísindi 2022 2023

Menningararbeiði minkar

Útivið helvtin av íløgunum til gransking og menning fara til menningararbeiði. Nærum øll menning fer fram í privata geiranum. Mestsum øll grundgransking og partur av nýtslugransk ingini fara fram á Fróðskaparsetrinum og hinum granskingarstovnunum.

Íløgur til menningararbeiði eru minkaðar við 16,8 prosentum frá 2023 til 2024.

Slag av gransking % av samlaðu útreiðslunum

Fleiri ársverk

Tilsamans 261 ársverk vóru innan gransking og menning í 2024. Tað vóru 9 fleiri enn í 2023, svarandi til ein vøkstur uppá 3,6 prosent. Eitt ársverk er roknað sum arbeiðsorkan hjá einum fulltíðarstarvi í eitt ár.

Av teimum 261 ársverkunum vóru 158 granskarar – 78 kvinnur og 80 menn. Kvinnurnar vóru 14 fleiri enn í 2023, svarandi til ein vøkstur uppá 21,6 prosent.

Menn vóru í 82 prosentum av teknisku størvunum, meðan umleið eins nógvar kvinnur og menn starvaðust sum vísindalig hjálparfólk.

Kvinnur Menn

Føroyskar fyritøkur fíggja meir enn helvtina Føroyskar fyritøkur fíggja 54,8 % av gransking og menning í Føroyum. Tað er 10 prosentstig minni enn í 2023. Umleið ein triðingur – 32,1 % – verður fíggjað av fíggjarlógini. 7,6 % av gransking og menning í Føroyum verður fíggjað av útlendskum keldum.

Fíggjarstreymur – býtt á fíggjarkeldur, 2024

Útlendsk vinnufeløg (0,9%)

ES (2,4%)

Útlendskar almennar keldur (3,6%)

Almennir stuðulsgrunnar (4,4%)

Fíggjarlógin (32,1%)

Søla av G&M (0,9%)

Aðrar útlendskar keldur (0,5%)

Útlendskir útbúgvingarstovnar (0,2%)

Føroysk vinnufeløg (54,8%)

3.1.2 Nýskapan

Spurnakanning um nýskapan verður gjørd annaðhvørt ár. Seinasta kanningin varð gjørd í 2022 fyri tíðarskeiðið 2020­2022.

Hagtøl fyri 2020­2022 vístu, at meira enn helvtin av føroysku fyritøkunum framdu nýskapan.

Føroyar lógu tá ovarlaga í tali av nýskapanarvirknum fyritøkum samanborið við hini Norðurlondini.

Havast skal í huga, at uppgerðin fevndi um tíðarskeiðið, sum var merkt av koronufarsóttini, ið hevði stórar avleiðingar fyri flestallar fyritøkur.

376 privatar fyritøkur við fleiri enn 10 starvsfólkum vóru við í kanningin í 2022. Kunning og samskifti stóð fyri størsta vøkstrinum í nýskapan.

Kanningin fyri 2022­2024 fer fram nú. Spurnarblað er sent 555 fyritøkum, sum er á leið tað sama sum í 2022.

Nýskapandi fyritøkur – Føroyar samanborið við onnur lond

Nýskapan, býtt á vinnugrein, 2020-2022

A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða

C Framleiðsluvinna

F Byggivinna

G Heil- og smásøla; umvæling av akførum

H Flutnings- og goymsluvinna

I Gisting og matstovuvinna

J Kunning og samskifti

K Fígging og trygging

M Serkøn, vísindalig og tøknilig tænastuveiting

N Umsitingarligar o.l. tænastuveitingar

3.2 Ph.d. lestur

Sambært skrásetingum hjá Granskingarráðnum hava 11 føroyingar lokið ph.d.­prógv í 2024. Av hesum hava átta verið innskrivað uttanlands, tvey í Føroyum og ein dupultinnskrivað í Føroyum og Danmark. Fýra av verkætlanunum eru stuðlaðar av Granskingar ráðnum.

Allýsing – Ph.d.

Ph.d. er stytting fyri philosophiae doctor (doktari í filosofi). Hetta er vanliga ein 3 ára granskaraútbúgving, sum í dag er kravd fyri at kunna fáa starv sum granskari á universitetum og granskingarstovnum. Eisini fleiri virkir, serliga tey, sum arbeiða við menning av nýggjum vørum og tænastum, seta fólk við ph.d.-útbúgv ing í starv. Bert universitet kunnu geva ph.d.-heiti.

Talið av ph.d.­kandidatum er vaksið munandi seinastu tíggju árini. Frá 2015­2024 hava tilsamans 123 fólk í Føroyum og føroyingar uttanlands ­ 52 menn og 71 kvinnur ­ lokið ph.d.prógv. Hetta er ein stór broyting í mun til undanfarnu 10 árini frá 2005­2014, tá 96 fólk ­ 55 menn og 41 kvinnur ­ luku ph.d.­prógv.

31. desembur 2024 vóru 31 innskrivaði sum ph.d.­lesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er nógv tað hægsta talið nakrantíð.

Ph.d.-prógv 2015-2024

Av teimum 123, ið hava lokið ph.d.­prógv frá 2015­2024, hevur Granskingarráðið stuðlað 53 av verkætlanunum í størri ella minni mun. Í fleiri førum er ph.d.­verkætlanin fíggjað uttanlands burturav, og kandidaturin hevur einki samband havt við Føroyar uttan síni ættar bond.

32 hava lokið ph.d.­prógv á Fróðskaparsetrinum, meðan hini hava lokið prógv í Norðurlondum ella aðrastaðni. Gongdin seinnu árini er, at alt fleiri ph.d.­lesandi verða innskrivað á Fróðskaparsetrinum.

Granskingarráðið hevur í sínum stuðulsskipanum, eins og almennar stuðulsskipanir til gransk ing í øðrum londum, lagt stóran dent á at stuðla ph.d.­verkætlanum. Sambært lógini um gransking, menning og nýskapan skal fyrilit havast fyri at menna fakliga førleikan, eitt nú við ph.d.­lestri, tá stuðul verður játtaður til gransking, menning og nýskapan.

Granskingarráðið fær á hvørjum ári væl fleiri skikkaðar umsóknir um stuðul til ph.d.­verkætlanir, enn møguligt er at stuðla við árligu játtanini.

3.3 Fígging

3.3.1 Granskingarráðið

Granskingarráðið umsitur fleiri stuðulsskipanir til gransking og menning.

Stuðul til gransking

Løgtingið letur árliga játtan til stuðulsskipan til gransking, sum Granskingarráðið fyrisitur. Stuðul verður latin til ph.d.­verkætlanir, verkætlanir, sum eru longri enn 6 mánaðir og vinnuligar granskingarverkætlanir.

Játtanin á løgtingslógini til stuðul til gransking hevur mestsum staðið í stað í 15 ár. Í 2024 hækkaði játtanin tó við 1,5 mió. kr. til 9 mió. kr.

Játtan á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til gransking 2015 2016 2017 2018 2019

39 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar 2024. Søkt varð um íalt 36 mió. kr.

12 verkætlanir fingu tilsamans útivið 10 mió. kr. í stuðli til gransking frá Granskingar ráðnum, harav vóru 7 ph.d. verkætlanir.

Stuðul til gransking 2015-2024

Áhugin fyri at søkja um stuðul til gransking hevur verið vaksandi seinastu árini, samstundis sum játtanin á fíggjarlógini nærum er óbroytt. Fleiri fáa tí avslag.

Stuðul til arbeiðsmarknaðarátøk Granskingarráðið umsitur stuðul til smærri kanningar og til granskingarverkætlanir, sum snúgva seg um arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Stuðulin til arbeiðsmarknaðarátøk stavar frá fænum frá Frítíðargrunninum, ið varð avtikin í 2022.

Í 2024 varð stuðul játtaður til eina granskingarverkætlan og fýra kanningarverkætlanir um arbeiðsmarknaðin í Føroyum.

Hendan stuðulsskipanin heldur fram, til peningurin er uppi, væntandi í 2026.

Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi Granskingarráðið umsitur eina granskingarskrá til havgransking í Norðuratlantshavi (MARiNAO). Endamálið er at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark

Granskingarskráin er fíggjað av donsku stjórnini. Tilsamans 30 mió. kr. eru játtaðar á donsku fíggjarlógini til havgransking í Norðuratlantshavi í tíðarskeiðnum 2020­2024.

Í 2023 fingu tríggjar verkætlanir um havgransking í Norðuratlantshavi tilsamans 9,5 mill. kr. í stuðli frá granskingarskránni.

Skráin heldur fram, so leingi játtan verður latin av donsku fíggjarlógini. Fyribils er ætlan um játtan á 8 mió. kr. um árið til og við 2028.

Stuðul til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantshavi Granskingarráðið umsitur eina granskingarskrá um gransking í uttanríkis­, verju­ og trygdar politikk í Norðuratlantshavi (FASDiNA). Endamálið er at skapta økta vitan um uttanríkis­, trygdar­ og verjupolitikk í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark.

Granskingarskráin er fíggjað av donsku stjórnini. Tilsamans 8 mill. kr. eru játtaðar á donsku fíggjarlógini til uttanríkis­, trygdar­ og verjupolitikk í Norðuratlantshavi í 2023­2024.

Í 2024 fingu tvær granskingarverkætlanir um uttanríkis, trygdar­ og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum tilsamans 5,6 mill. kr. Eisini fingu fýra greiningarrit (Policy Papers) tilsamans 965.000 kr. í stuðli.

Skráin heldur fram, so leingi játtan verður latin av donsku fíggjarlógini. Fyribils er ætlan um játtan á 4 mió. kr. um árið til og við 2028.

Játtanir frá Granskingarráðnum 2015-2024

Játtanir frá øðrum keldum enn stuðlinum til gransking á fíggjarlógini gerast ein alsamt størri partur av stuðlinum, ið Granskingarráðið fyrisitur og letur. Í 2024 var nærum helvtin av stuðlinum frá øðrum skipanum, og í 2023 stavaði væl meira enn helvtin av stuðlinum frá øðrum skipanum.

Meginparturin av stuðlinum, ið ikki er frá fíggjarlógini, kemur frá danska fólkatinginum. Allur stuðulin frá hesum skipanum endar ikki í Føroyum. Stuðul verður eisini veittur til danskar og grønlendskar granskarar, ið samstarva um verkætlanir.

Játtanir frá Granskingarráðnum 2015-2024

Mió. kr

Stuðul til gransking Sjúkrakassagrunnurin Minningargrunnur fyri Dánjal Niclassen COVID-19 Arbeiðsmarknaðarátøk Fasdina MARiNAO

Játtanir býtt á fakøki og umsóknir býtt á kyn 2015-2024

Játtanir til fakøkini hava sveiggjað síðani 2006. Síðani donsku játtanirnar til havgransking og trygdar­ og verjupolitikk eru komnar afturat, er stuðulin til náttúruvísindi og samfelagsvísindi øktur munandi. Stuðulin til heilsuvísindi tók dik á seg, tá Granskingarráðið fekk fæið hjá sjúkrakassunum at útluta til gransking, men er nú minkaður aftur.

Játtanir býtt á fakøki 2015-2024

Umsóknir býtt á kyn 2015-2024

kr

Seinastu 10 árini hava tað verið fleiri kvinnur enn menn, ið hava søkt um stuðul til gransking. Í 2024 søktu 32 kvinnur og 21 menn um stuðul frá Granskingarráðnum. Tað er eisini játtaður meira stuðul til kvinnur enn til menn í sama tíðarskeiði.

3.3.2 Aðrar almennar stuðulsskipanir

Løgtingið játtar stuðul til fleiri granskingar­ og nýskapanarskráir, ið Granskingarráðið ikki umsitur.

Fiskivinnuroyndir

Løgtingið játtar á hvørjum ári stuðul til Fiskivinnuroyndir. Endamálið er at stuðla royndum og kanningum, ið menna og økja um framleiðsluna í fiskivinnuni við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum. Skipanin verður umsitin av Fiskivinnu­ og samferðslumálaráðnum.

Játtanin til Fiskivinnuroyndir hevur sveiggjað seinastu árini frá 4 til 6,5 mió. kr. Játtanin fyri 2024 var 5 mió. kr.

Menn Kvinnur

6 nýggjar og 10 framhaldandi verkætlanir fingu tilsamans 4,7 mió. kr. í stuðli frá Fiskivinnuroyndum í 2024.

Vinnuframi

Løgtingið játtar á hvørjum ári stuðul til Vinnuframa. Endamálið er at stuðla tiltøkum, sum fjøltátta vinnulívið og økja vitanarnýtsluna. Grunnurin veitir ikki rakstrar­ og íløgustuðul. Grunnurin verður fyrisitin av stýri, ið landsstýrisfólkið í uttanríkis­ og vinnumálum velur.

Játtanin til Vinnuframa í 2024 var 3 mió. kr. Vinnuframi játtaði í 2024 slakar 2 mió. kr. í stuðli til 24 verkætlanir.

Framtak

Framtak ger íløgur í nýggjar ella víðkaðar verkætlanir og í feløg, ið hava verið gjøgnum munandi broytingar ella skuldarumlegging. Framtaksgrunnurin verður fyrisitin av eini nevnd, ið landsstýrisfólkið í uttanríkis­ og vinnumálum velur.

Framtak hevði við ársenda í 2024 partapening í og/ella hevði veitt lán til samanlagt 19 føroyskar fyritøkur.

Stuðul til verkætlanir um alternativa orku

Løgtingið játtar á hvørjum ári stuðul til verkætlanir um alternativa orku. Endamálið er at út vega nýggja vitan og royndir um alternativar grønar orkumøguleikar. Skipanin verður umsitin av Umhvørvismálaráðnum.

Játtanin til stuðul til verkætlanir um alternativa orku í 2024 var 1,8 mió. kr.

3.3.3 Privatar stuðulsskipanir

Føroyagrunnurin

Føroyagrunnurin frá 1971 er vinnurekandi grunnur, sum veitir stuðul til ídnaðarroyndir innan fiskivinnu, handverk, ídnað og marknaðarkanningar.

Føroyagrunnurin eigur og rekur Norðoya Íløgufelag, sum setur framtakspening í fyritøkur, ið hava útlit fyri munagóðum avkasti.

Betri stuðul

Betri stuðulsgrunnurin letur stuðul til átøk og verkætlanir, ið betra tryggleika, heilsu og samfelag.

3.4 Altjóða samstarv

Føroyskir granskingarstovnar og fyritøkur luttaka í nógvum ymiskum altjóða samstarvi um gransking, menning og nýskapan.

3.4.1 Evropa

Føroyar hava raðfest evropeiska samstarvið við luttøku í stuðulsskipanini Horizon Europe, sum letur upp fyri luttøku í stórum granskingar­ og nýskapanarverkætlanum og skapar netverk í hópatali við luttøku frá fremstu granskarum og nýskaparum í Evropa.

Umframt Horizon Europe verkætlanir kunnu føroyingar eisini søkja um luttøku í COST­netverkum, sum eru altjóða samstarvsnetverk innan øll vísindalig og tøknilig øki.

Føroyar hava fingið nógva beinleiðis og óbeinleiðis nyttu burtur úr at luttaka í evropeiskum samstarvi og í altjóða netverkum.

Fleiri stovnar og fyritøkur í Føroyum hava fingið stuðul til verkætlanir frá ES, serliga á økjum sum hav og aling. Nakrar av verkætlanunum, ið hava fingið stuðul eru:

• MeCCAM ­ Verkætlan um fiskiskap og veðurlagsbroytingar ­ undir leiðslu av Sjókovanum

• OCCAM ­ Verkætlan, ið skal framtíðartryggja evropeisku alivinnuna ímóti veður lagsbroytingum

• BioProtect – Verkætlan, ið skal samskapa og menna nýhugsandi vistfrøðisgrundaðar loysnir fyri at verja og endurbyggja lívmargfeldi í Arktis og í Atlantshavi

• MarineGuardian ­ Verkætlan, ið skal minka umhvørvisávirkanina av fiskiskapi og verja havvistskipanir

• SeaMark ­ Verkætlan, ið skal menna nýggjar hættir at virka og ala tara – undir leiðslu av Ocean Rainforest

• Marine SABRES – Verkætlan, ið skal finna hættir at íverkseta og gagnnýta vitan um vist skipanina

• AquaVitae – Verkætlan, ið skal økja aliframleiðsluna í Atlantshavi við at menna nýggj sløg, tilgongdir og vørur

Føroyar eru eisini við í tveimum partaløgum, sum eru fíggjað av ES og luttakandi londunum í felagi. Tey eru:

• Sustainable Blue Economy Partnership um bláan búskap

• Biodiversa+ um lívfrøðiligt margfeldi

Føroyar rindaðu meira fyri at vera við í undanfarnu FP7 og Horizon 2020 avtalunum við ES, enn fingið varð burturúr í fíggjarligum stuðli. Í Horizon Europe sáttmálanum frá 2021 er gjaldsleisturin broyttur, so tað er beinleiðis samband millum gjald og úrtøku. Føroyar rinda nú á leið tað, sum svarar til egna luttøku í Horizon Europe.

Talið av umsóknum um stuðul frá Horizon Europe er enn sera avmarkað í mun til mongu møguleikarnar, sum eru í skipanini.

3.4.2 Norðurlond

Føroyar luttaka í norðurlendskum granskingar­ og menningarsamstarvi. Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2024 vóru 1,8 mió. kr. settar av til luttøku í norðurlendskum og arktiskum granskingar­ og menningarsamstarvi.

Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í NordForsk , ið er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum fíggjar og fyriskipar norðurlendska gransking og granskingarinfrakervi.

Fíggingin til NordForsk átøk koma partvís (2/3) frá limalondunum og partvís (1/3) frá Norðurlandaráðnum.

Føroyar vóru í 2024 fyri fyrstu ferð við í tveimum átøkum hjá NordForsk við egnari fígging. Átøkini kallast Burðardygg fiskiveiða úr sunnum havi og Burðardygg menning í Arktis.

Føroyskir granskarar vóru við í 4 verkætlanum, ið fingu stuðul frá hesum átøkum. Stuðulin frá NordForsk var fleiri ferðir tað, sum Føroyar játtaðu til luttøkuna.

Føroyar hava eisini sjálvstøðugan limaskap í øðrum stovnum undir Norðurlendska Ráðharraráðnum millum annað í Nordic Energy Research, ið stuðlar gransking og menning í orku, og Nordic Innovation, ið stuðlar íverksetan, nýskapan og kappingarføri hjá norðurlendskum fyritøkum.

Arktis

Føroyar eru virknar í millumtjóða granskingarsamstørvum, sum viðvíkja Arktis. Í 2017 skrivaðu Føroyar undir millumtjóða sáttmála undir Arktiska ráðnum um at styrkja arktiska granskingarsamstarvið. Í 2024 samtykti løgtingið uppskot til samtyktar um arktiska politikk Føroya.

Havsins áratíggju

Føroyar eru partur av felagsnevnd fyri Danmark, Føroyar og Grønland fyri Havsins áratíggju, sum er átak hjá ST fyri at skapa felags karmar kring havvísindi, ið kunnu stuðla londum at røkka heimsmálunum fyri burðardyggari menning í 2030. Føroyar luttaka í hesum sambandi í fleiri arbeiðsbólkum.

YVIRLIT:

Granskingarstovnar og undirstøðukervi

Fleiri almennir stovnar eru í Føroyum, ið hava gransking sum eitt av sínum høvuðsendamálum. Fleiri stovnar eru eisini, sum umsita tilfar, skráir og dátur, ið verða brúktar sum grundarlag fyri gransking. Nógvir av hesum stovnum hava eisini aðrar uppgávur sum at kunna og ráðgeva landsins myndugleikum um ávís viðurskifti.

Granskingarstovnar

Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetur Føroya er einasta universitet í Føroyum. Gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum hjá Fróðskaparsetrinum. Granskingin hevur til endamáls at menna vísindaliga stigið á Fróðskaparsetrinum og í landinum.

Fimm deildir eru á Fróðskaparsetrinum:

• Føroyamálsdeildin

• Søgu­ og samfelagsdeildin

• Náttúruvísindadeildin

• Deildin fyri heilsu og sjúkrarøktarvísindi

• Námsvísindadeildin

Búnaðarstovan

Búnaðarstovan fyrisitur alla almenna jørð, ið ikki er skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovni. Virksemið á Búnaðarstovuni fevnir eisini um landbúnaðarráðgeving, landbúnaðarroyndir og gransking.

Firum

Firum er alment partafelag, ið granskar, mennir og ráðgevur innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni. Firum veitir eisini tænastur, sum alivinnan kann gagnnýta í alivirkseminum.

Havstovan

Havstovan granskar og ger kanningar av føroyskum havumhvørvi og livandi tilfeingi í havinum. Stovnurin ráðgevur og kunnar landsins myndugleikar og almenning um hesi viðurskifti.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Heilsufrøðiliga Starvsstovan er eftirlits­ og vitanarstovnur fyri mat og djór í Føroyum og fremur gransking á hesum økjum.

Heilsugranskingareindin

Heilsugranskingareindin er eind undir Sjúkrahúsverkinum, sum er karmur um heilsugransking í Føroyum.

Jarðfeingi

Jarðfeingi fyrisitur, ráðgevur og breiður út kunnleika um kolvetni og jarðfrøðilig náttúruvirði. Jarðfeingi granskar í jarðfrøði og náttúrulandafrøði á landi, á havbotninum og í undirgrundini.

Sjókovin

Sjókovin er sjálvstøðugur ikki­vinnuligur granskingarstovnur, ið hevur sum endamál at stimbra burðardygga menning og nýskapan í føroyskum sjófeingisvinnum við at veita vit anar tænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða verkætlanum.

Tjóðsavnið

Tjóðsavnið savnar, skrásetur, varðveitir og granskar í náttúru­ og mentanarvirðum landsins.

Umhvørvisstovan

Umhvørvisstovan veitir tænastur og granskar innan náttúru og umhvørvi. Harumframt umsitur Umhvørvisstovan matrikul­ og verndarfyrisiting, land­ og sjókort.

Veðurstova Føroya

Veðurstova Føroya ger veðurforsagnir fyri land og sjóøki kring Føroyar. Veðurstovan granskar og ger modellkoyringar av m.a. veðri, aldu og streymi.

Granskingarundirstøðukervi

Hagstova Føroya

Hagstova Føroya er almenni hagtalsmyndugleikin í Føroyum. Hagstovan framleiðir og kunnger almenn hagtøl í tann mun, sum tey eru tøk. Mest avgerandi hagtølini eru tjóðarroknskapur, gjaldsjavni, uttanlandshandil, arbeiðsmarknaður, íbúgvaviðurskifti, vinnugreinahagtøl, inntøkuhagtøl og brúkaraprístal.

Heilsustýrið

Heilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu­ og samfelagsviðurskiftum. Stýrið skipar, viðger og mennir hagtøl á heilsuøkinum og umsitur heilsuskráir.

iNOVA

Granskarasetrið iNOVA er eitt vísindaligt umhvørvi, har privatar og almennar fyritøkur hava atgongd til starvsstovur, tól og skrivstovur. Granskarasetrið hýsir eisini Mat­ og tilfeingishúsinum, ið veitir fakliga ráðgeving í matvøruframleiðslu og menning av matvørum.

Jákup Sverri

Jákup Sverri er havrannsóknarskip, ið Havstovan rekur. Við skipinum verða gjørdar kanningar, m.a. av havfrøði, æti, yngli, fiski og reiðskapi. Havfrøðiligar kanningar fevna m.a. um at seta út streymmátarar, kortleggja havbotnin og gera botnkanningar.

Landsbókasavnið Landsbókasavnið er tjóðbókasavn, universitetsbókasavn og høvuðsbókasavn. Bókasavnið savnar og skrásetir allar føroyskar bókmentir og veitir universitetsbókasavnstænastur, ið stuðla undir gransking og undirvísing á hægri útbúgvingarstovnum.

Tjóðskjalasavnið Tjóðskjalasavnið varðveitir skjøl, ið hava søguligt virði og fyrisitingarligan og rættarligan týdning fyri borgarar og myndugleikar.

YVIRLIT:

Stovnar og aðalráð 2024

Bygnaður

Umhvørvismálaráðið Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Granskingarráðið Fróðskaparsetrið

Veðurstovan

Havstovan

LØGMANSSKRIVSTOVAN

Heilsumálaráðið

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan

Almanna- og mentamálaráðið

Fíggjarmálaráðið

Løgmálaráðið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Heilsustýrið

Tjóðsavnið

Búnaðarstovan

Heilsufrøðiliga Starvsstovan Umhvørvisstovan Vinnuframi

Tjóðskjalasavnið Heilsugranskingareindin

Landsbókasavnið

Jarðfeingi Fiskivinnuroyndir

Firum

iNOVA

Keldur

Hagstova Føroya

Búskaparráðið

Fróðskaparsetur Føroya – strategiætlan 2030

Barcelona European Council – March 2002

Policy on Science, Development and Innovation until 2035 – Government of Iceland

Grønlands nationale forskningsstrategi 2022­2030

Strategiske prioriteter for forskning og innovation 2026­2029 ­ Danmark

Matís

Gróska

OECD

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.