Skip to main content

Vísindavøkublaðið 2025

Page 1

VÍSINDAVØKAN 2025 verður í Sjóvinnuhúsinum 26. september

Mótstøðuførar bakteriur frá kloakkum í Sandagerði Børn og vaksin, sum svimja í sjónum í Sandagerði, kunnu fáa bakteriur í seg, sum heilivágur ikki kann basa. Neyðugt er at kanna viðurskiftini betur, og kommunan má ávara meira um vandan, sigur Anni Djurhuus, granskari á Fróðskaparsetrinum Eftir Dagmar Joensen-Næs Vatnið í Sandagerði og nógva aðr­ astaðni í Føroyum er illa dálkað. Tað vísa kanningar, ið Anni Djur­ huus, granskari á Setrinum, hev­ ur gjørt saman við øðrum. – Í vatninum, sum rennur út í Sandagerð frá ánni, eru ikki bara bakteriur frá skarni, sum vit kunnu fáa ilt í búkin av, men eisini bakteriur, ið eru mótstøðu­ førar fyri antibiotika, og tær kunnu vera hættisligar, sigur hon. Mótstøðuføru bakteriurnar koma serliga frá reinsibrunnum, ið skarnið og vatnið frá nógvum húsarhaldum rennur í, áðrenn tað verður skilt hvørt frá øðrum. Kanningarnar hjá Anni Djurhuus hava víst, at vatnið, sum kemur úr brunnunum, er meira vandamikið enn tað, sum rennur inn í teir.

hjá menniskjum, tí torført er at tálma tær við heilivági. Í ring­ asta føri kann tað vera ein ordi­ liga vandamikil fjølmótstøðufør bakteria, sum mann ikki bara spýr av, sigur Anni.

FLEIRI KANNINGAR MUGU GERAST

– Vit hava sæð, at sera nógvar antibiotika-mótstøðuførar bakt­ eriur og ílegur komu úr reinsi­ brunnunum. Tá skarnið frá nógvum menniskjum verður koyrt í ein pott og blandað, so hendir akkurát tað øvugta av tí, sum ætlanin er. Bakteriurnar fáa góðar umstøður at deila ílegur millum sín, og nógvar verða mót­ støðuførar fyri antibiotika, sigur Anni.

SJÚKUELVANDI BAKTERIUR Anni hevur gjørt kanningar í sjónum og á landi við Skansan og við Sjósavnið á Argjum. Kann­ ingarnar hava staðfest víðfevnda dálking frá kloakkum við heilsu­ skaðiligum bakterium og ílegum. – Vit hava funnið allar møgu­ ligar keðiligar bakteriur, ið kunnu vera sjúkuelvandi, í

sjónum og í hyljum niðri í fjøruni, har børn ofta spæla. Børn eru í serliga stórum vanda, tí tey koyra alt møguligt í munnin og hugsa ikki um at vaska hendur. – Men eisini fólk, ið svimja í sjónum, kunnu lættliga fáa sjúkuelvandi bakteriur í seg við

at svølgja vatn ella fáa tær í eitt sár. Tað kann gera, at tey fara at spýggja ella fáa leyst lív, men tað kann eisini vera meira álvarsamt, um talan er um mótstøðuførar bakteriur. – Bakteriur, ið eru mótstøðu­ førar fyri antibiotika, kunnu elva til álvarsligar ígerðarsjúkur

Tórshavnar kommuna ger reglu­ ligar kanningar av dálkingini í millum annað Sandagerði, sum verða kunngjørdar á heimasíðuni hjá kommununi við grønum, reyðum ella gulum fløggum fyri, hvussu dálkað vatnið er. Anni Djurhuus heldur, at kanningarnar áttu at verið gjørdar oftari. – Tey áttu at kanna dyppivatn­ ið hvønn dag ella annanhvønn dag. Tað veldst um veður og vind, hvønn veg rákið fer, og tað kann broytast skjótt. Um tað regnar illa, flýtur yvir í reinsibrunnun­ um, og ein rúgva fer út í náttúr­ una. Er veðrið gott dagin eftir, fara nógv fólk at dyppa. Og tá veðrið er gott, er eisini heitari, og tað ger møguliga tað, at bakteri­ urnar liva longri, greiðir hon frá. Les meira á s. 6-7

Rektarin á Setrinum vil hava nýskipanir Granskaraumhvørvið í Føroyum er lutfalsliga lítið og sundur­pett­ að, og tað er til bága bæði fyri ein­støku granskararnar og sam­fel­ag­ ið sum heild. Rektarin á Fróð­skap­ar­setr­in­um mælir til, at um­fatandi ný­skip­an­ir verða gjørd­ar á granskingar- og út­búgv­ing­ar­øk­in­um. Níggju almennir granskingar­ stovnar eru í Føroyum aftrat Setr­ inum, og teir liggja undir fimm ymiskum aðalráðnum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum, Martin Tvede Zachariasen, mælir nú til,

at umfatandi bygnaðarbroytingar verða gjørdar, ið knýta gransking­ arstovnarnar tættari at Setrinum. – Eg eri sannførdur um, at vit samfelagsliga, granskingarliga og útbúgvingarliga kunnu fáa nógv

meira burturúr við at hyggja kritiskt eftir sundurálaða gransk­ ingarøkinum. Og fyri einstaka granskaran, sum í verandi bygn­ aði stendur rættiliga einsamallur við øllum, hevði ein styrktur og

nógv meira samansjóðaður bygn­ aður eisini verið til stóran bata og íblástur, sigur Martin Tvede Zachariasen. Teir níggju granskingarstovn­ arnir uttan fyri Setrið hava m.a. til endamáls at veita ráðgeving til politisku skipanina og annars at vera vitanarstovnar á útvald­ um økjum. Hendan týdningar­ mikla uppgávan skal sjálvandi varðveitast í einum nýskipaðum bygnaði, sigur rektarin. – Vit kunnu leggja gransk­

ingarstovnarnar tættari at Setr­ inum og samstundis tryggja teimum stórt sjálvræði. Vit kunnu effektivisera og styrkja um karmarnar kring gransking­ ina og undirvísingina í Føroyum og varðveita fakspesifikku ráð­ gevingina, sum stovnarnir skulu veita politisku skipanini, sigur Martin Tvede Zachariasen. Les meira á s. 18-19

Danska stjórnin undir trýsti

Hugburðurin hevur alt at siga

Vit fara inn í nýggju tíðina í blindum

Síða

Síða

Síða

4-5

20 - 21

12 - 14


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Vísindavøkublaðið 2025 by Granskingarráðið - Issuu