Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan legði fram sína fyrstu ársfrágreiðing á tiltaki fyri innbodnu í Kongshøll 29. august 2023.
Ráðið skal sambært lógini ráðgeva landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felagshugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan. Landsstýrisfólk, løgtingslimir, aðalstjórar, granskingarstovnsleiðarar og umboð fyri vinnuna vóru boðin við til tiltakið. Harafturat vóru ráðslimirnir og Granskingarráðið. Eini 60 fólk vóru tiltakið.
Átta tilmæli eru til at styrkja gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Hóast tað hevur gingið framá á hesum økinum í Føroyum, mugu vit sum samfelag gera nógv meira fyri at brynja okkum til framtíðina. Hetta er í stuttum boðskapurin frá Ráðnum.