Skip to main content

Vísindavøkublaðið 2023

Page 1

VÍSINDAVØKAN 2023 verður í Sjóvinnuhúsinum 22. september

Kampus er fyritreyt fyri Suðuroyartunli

Gera vit ikki íløgur í gransking og nýskapan, fáa vit ikki ráð til ein Suðuroyartunnil. Tað sigur Jan Rasmussen, ið er ein av limunum í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan Eftir Dagmar Joensen-Næs Nýggja kampusið, sum er í umbúna á Fróðskaparsetrinum, skal verða

eitt savningarstað fyri gransk­arar og nýskaparar á almennum gransk­ ingar­stovnum og í privatu vinnuni. Ein depil skal setast á stovn á

kampus­in­um, ið eisini fevnir um gransk­arar og mennarar í privata geir­an­um, og í hesum depli skulu góð hugskot um nýggjar loysn­ ir loft­ast og verða til veruleika. Tað er eitt av høvuðstilmælunum í fyrstu ársfrágreiðingini hjá Ráðn­ um fyri gransking, menning og ný­ skap­an, ið nú er løgd fram. Umleið 30 miljónir kr. eru fyri­ bils settar av á fíggjarlógini til at pro­jekt­era nýtt kampus og um­væla ver­andi bygningar á Fræls­in­um.

Borgar­ stjór­ in í Vágs kommunu hevur ført fram, at hesar milli­ón­ir­ nar og allar tær, ið skulu til aftur­at fyri at fáa eitt kampus, høvdu ver­ið betri farnar sum íkast til ein Suður­ oyar­tunnil. Jan Rasmussen, serlækni á Lands­sjúkra­hús­in­um, sum er limur í Ráðn­um fyri gransk­ing, menn­ing og ný­ skap­ an, er alt annað enn samd­ur. – Eitt kampus er mett at kosta um­leið eina milljard kr., men tað er ein íløga, ið vit ikki kunnu vera fyri­ utt­ an, um Fróðskaparsetrið skal ger­ ast eitt nýmótans universitet, sum kann veita okkum gransk­ ingar­grundaða vitan. – Um vit skulu tryggja og menna okkara vælferðarsamfelag, verður neyðugt at vaksa um búskapin. Og tað fer ikki at bera til at halda fram at fiska meira og ala meira, tí talið av fiskastovnum og firðum er av­ markað. Vit verða noydd at gagn­ nýta okkara førleikar til fulnar og hug­savna okkum um økir, har vit eru sterk.

– At gera íløgur í eitt kampus er tí ein fyritreyt fyri, at vit kunnu fáa ráð til ein Suðuroyartunnil, sigur Jan Rasmussen.

GRANSKING ER ÍLØGA Í Føroyum stendur stuðul til gransk­ing, menning og nýskapan sum ein útreiðsla í løg­tings­fíggjar­ lóg­ini. Tað merkir, at tær 7,5 millión­ ir­ nar til granskingarstuðul telja nið­ur í tjóðarroknskapinum. Í londunum rundan um okkum verð­ur stuðul til gransking, menn­ ing og nýskapan í staðin roknaður sum ein íløga, og tað verður eisini stað­ fest í altjóða handbókum, ið áseta mannagongdir fyri hag­tals­ inn­savn­ing. Í USA og Evropa liggur árliga íløgu­av­kastið frá alment fíggjaðari gransk­ing, menning og ný­skap­an­ um um 20% í miðal. Í Føroyum vanta hagtøl á økinum, men um støð­an er nakað tað sama í Før­oy­ um, koma tær 7,5 milliónirnar til gransk­ingar­stuð­ul á fíggjarlógini aftur við einum virði á 9 miljónir kr. Les meira á s. 5

Grót úr Tindhólmi skal samanberast við royndir frá Mars Níggju granskarar úr USA, Noregi, Danmark, Týsklandi og Føroyum hava í eina viku síðst í august savnað jarðfrøðiligar royndir og dátur í Tindhólmi og í Suðuroynni, sum skulu gera tað møguligt hjá amerikanska rúmdarstovninum NASA at skilja jarðfrøðina á Mars betur. Jarðfrøðiligar royndir úr Føroy­ um hava fyrr víst, at føroyska jarð­ frøðin er sera lík jarðfrøðini á Mars. Eftir at rúmdarbilurin Perseverance er farin undir at taka borikjarnar á Mars, ber til at gera neyvari saman­ ber­ing­ar og greiningar av ymiskum grótsløgum úr Føroyum og á Mars. AMASE verkætlanin, sum er heitið á kanningararbeiðinum í Føroyum,

hevur tí fingið enn størri týdning nú. – Vit vóna, at royndirnar, sum vit hava tikið nú, og tær greiningar, ið fara at verða gjørdar, fara at gera tað møgu­ligt at skilja fleiri frábrigdi og smá­lutir í jarðfrøðini á Mars, sum í síðsta enda fara at geva okkum virðis­mikla vitan um vatn og lív á gongu­ stjørnuni, sigur Uni Árting, jarð­frøðingur á Jarðfeingi, sum er í part­ur av Mars 2020 vísinda­toym­in­ um hjá NASA. Granskararnir gjørdu kanningar í fýra dagar í Tindhólmi og tríggjar dagar í Suðuroynni. Við í arbeiðinum vóru eisini fjallaklintrarar og tyrlu­ flog­skip­ar­ar. Les meira á s. 12.

Hevði verið betur at útbygt deildina

Norrøna er størsta granskingarskip í norðurhøvum

Fólk við lítlari skúlagongd fáa fleiri sjúkur

Síða

Síða

Síða

8-9

14-15

19


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Vísindavøkublaðið 2023 by Granskingarráðið - Issuu