Dagstovnurin á Hamrinum

Page 2

UM OKKUM Dagstovnurin liggur mitt í einum hugvekjandi náttúru­ umhvørvi, har hagin og óslætta lendið stimbra undir kropsligu menningina hjá barninum. Hetta umhvørvið er eisini innbjóðandi til spæl, fordjúpan og spennandi rannsóknarferðir. Veðrið er sera skiftandi og sansa­ stimbrandi. Blómur, hagalyngur, grót, vatn, smákykt, seyðir, varðar og óendaliga nógv er her hjá børnunum at uppliva – eingin dagur er eins. innanduraumhvørvið er innbjóðandi og avbjóðandi. Rúmini hava ymisk endamál, og hetta gevur børnunum nógvar ymiskar møguleikar til spæl.

Á dagstovninum á Hamrinum eru 2 vøggustovur, Ljósá­stova og Glyvursstova. 2 barnagarðsstovur eru Rossá­stova og Reynsstova umframt Risastovu, har teir 6 ára gomlu Spírarnir húsast.

NÁMSFRØÐI Hugburðurin handan okkara námsfrøðiliga arbeiði er við­urkennandi námsfrøði, har børnini verða hoyrd, vird og sædd. Vit leggja stóran dent á tað jaliga samskiftið, tvs. at starvsfólk eru professionell, eru samstarvsviljað, eru opin og taka ábyrgd.


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.