UM OKKUM Dagstovnurin liggur mitt í einum hugvekjandi náttúru umhvørvi, har hagin og óslætta lendið stimbra undir kropsligu menningina hjá barninum. Hetta umhvørvið er eisini innbjóðandi til spæl, fordjúpan og spennandi rannsóknarferðir. Veðrið er sera skiftandi og sansa stimbrandi. Blómur, hagalyngur, grót, vatn, smákykt, seyðir, varðar og óendaliga nógv er her hjá børnunum at uppliva – eingin dagur er eins. innanduraumhvørvið er innbjóðandi og avbjóðandi. Rúmini hava ymisk endamál, og hetta gevur børnunum nógvar ymiskar møguleikar til spæl.
Á dagstovninum á Hamrinum eru 2 vøggustovur, Ljósástova og Glyvursstova. 2 barnagarðsstovur eru Rossástova og Reynsstova umframt Risastovu, har teir 6 ára gomlu Spírarnir húsast.
NÁMSFRØÐI Hugburðurin handan okkara námsfrøðiliga arbeiði er viðurkennandi námsfrøði, har børnini verða hoyrd, vird og sædd. Vit leggja stóran dent á tað jaliga samskiftið, tvs. at starvsfólk eru professionell, eru samstarvsviljað, eru opin og taka ábyrgd.
Dagstovnurin á Hamrinum er eitt „felagshús“, tvs. at børnini kunnu vitja og skapa vinabond á øllum stovum. Felagsverkætlanir, felagsverkstøð og sangløtur eru ein natúrligur partur gjøgnum árið. Somuleiðis leggja vit dent á inklusión, har vit síggja barnið frá sínum sterku síðum. Hetta merkir, at starvsfólk eru nærverandi og týðilig í sínum samskifti við barnið. Vit meta, at øll børnini hava rætt til at vera partur av felagsskapinum, fáa vinabond og góð sambond á inkluderandi hátt. Vit meta, at tað er ígjøgnum spæl, at nógva læringin hjá børnunum fer fram.
Gjøgnum spæl styrkir barnið sínar sosialu førleikar, inn livingarevni, kreativu evni og lærir seg sjálvt betur at kenna, tvs. hetta er persónskapandi. Vit arbeiða miðvíst við tí skapandi tilgongdini, at børn ini sleppa at úttrykkja seg og skapa á ymiskan hátt, og her á stovninum hava børnini atgongd til nógv ymiskt tilfar, ið stimbrar barnsins hug at skapa. Av og á hava vit kveikjandi ævintýrakendar løtur, ið stimbra hugflogið hjá børnunum.
INNKOYRING Í VØGGUSTOVU Tað er umráðandi, at innkoyringin verður so rólig sum til ber. Og at bæði barn og foreldur kenna seg trygg við nýggju støðuna. Ymiskt er frá barni til barn, hvussu langa tíð tað tekur at venja seg við nýggja umhvørvið, tó vanliga í 1-2 vikur. Vit taka støði í barninum. Tit kunnu altíð ráðføra tykkum við starvsfólkini á stovuni.
VEGLEIÐANDI ÆTLAN
Fyrsta vika: 1. dag: Foreldur og barnið vitja á stovuni í ein hálvan tíma fyrrapart. 2. dag: Foreldur og barnið vitja á stovuni í ein hálvan tíma fyrrapart. 3. dag: Foreldur siga farvæl við barnið og fara
4. dag: 5. dag:
avstað í 15-20 min., hetta so barnið fær roynt at vera uttan foreldur á stovuni. Síðani fara foreldur og barn heim. Líka sum triðja dag, men nú eru foreldrini úti í ein hálvan tíma. Barnið er á stovninum í 1,5 tíma. Etur mat- pakka saman við okkum og verður heintað, tá tað hevur etið.
Onnur vika: 6. dag: Barnið er á stovninum í 1,5 tíma. Etur mat- pakka saman við okkum og verður heintað, tá tað hevur etið. 7. dag: Líka sum fimta og sætta, men vit leggja barnið og ringja, tá tað er vaknað.
8. dag: 9. dag: 10. dag:
Líka sum fimta, sætta og sjeynda dag. Líka sum fimta, sætta, sjeynda og áttanda dag. Barnið kemur kl. 9:30 og er til kl. 15:00, um tað svevur tá, ringja vit tá tað vaknar.
Vit loyva okkum at ringja, um tað gerst neyðugt, for eldrini skulu vera tøk at koma beinanvegin, um tað gerst neyðugt.
Vit heita á tykkum um at hava í huga, at best er fyri barnið, at fyrstu dagarnir á stovninum ikki eru ov leingir.
Kunna starvsfólkini um vanar hjá barninum, t.d. um tað brúkar suttu, bamsu og nær barnið svevur. Eisini um onnur viðurskifti eru, sum vit eiga at kenna til. Sig altíð barninum farvæl. Tá tú hevur sagt farvæl, er týdningarmikið at vera týðiligur og fara, sjálvt um tað er ringt. Starvsfólkini eru um barnið. Tit kunnu altíð ringja og spyrja hvussu gongur.
INNKOYRING – BARNAGARÐUR OG SPÍRAR Tað er umráðandi, at innkoyringin verður so rólig sum til ber, hetta so bæði barn og foreldur kenna seg trygg við nýggju støðuna. Ymiskt er frá barni til barn, hvussu langa tíð tað tekur at venja seg við nýggja umhvørvið, tó vanliga í 1-2 vikur. Vit taka støði í barninum. Tit kunnu altíð ráðføra tykkum við starvsfólkini á stovuni.
VEGLEIÐANDI ÆTLAN
Fyrsta vika: 1. dag: Foreldur og barnið vitja á stovuni í ein tíma fyrrapart. Tit fáa ein drekkamunn.
2. dag: 3. dag: 4. dag: 5. dag:
Foreldrini geva sær góða tíð, siga farvæl við barnið og lata verða í barnagarði í um- leið 30 min. til 1 tíma. Vit ringja um okkurt er. Um barnið er trygt, kann tað verða eitt sindur longri á stovuni, umleið 2 tímar. Eta matpakka Eta matpakka
Onnur vika: Práta við starvsfólkini, hvussu tit skipa dagarnar. Um ráðandi er at barnið ikki hevur ov langar dagar aðru vikuna. Barnið kann verða heintað, eftir millummála. Millummáli er vanliga kl. 14:00.
Vit loyva okkum at ringja, um tað gerst neyðugt, for eldrini skulu vera tøk at koma beinanvegin, um tað gerst neyðugt.
Sig altíð barninum farvæl. Tá tú hevur sagt farvæl, er týdningarmikið at vera týðiligur og fara, sjálvt um tað er ringt. Starvsfólkini eru um barnið.
Vit heita á tykkum um, at hava í huga, at best er fyri barnið, at fyrstu dagarnir á stovninum ikki eru ov langir.
Tá tit koma á stovn, er neyðugt at tit boða starvsfólk unum frá, at barnið er komið.
Kunna starvsfólkini um vanar hjá barninum, t.d. brúkar barnið blæu, suttu ella um onnur viðurskifti eru, sum vit eiga at kenna til.
Tit kunnu altíð ringja og spyrja hvussu gongur.
UM OKKUM
SJÚKA Um barn tykk vinarliga boð ara er sjúkt, a hevur ikki um frá. Stovnurin ímóti sjúkum støður at taka bør bert heilivág num. Vit geva til vara hættisligar sj ndi ella úkur.
ÐA VIT BJÓ og frukt, mjólk Børnini fáa hvønn dag. a ál millumm
A OPIÐ VIT HAV l. 7.30 letur upp k Stovnurin ur kl. 17.00. og letur aft
MÓTTØK A AV BØR NUM Frá 7.30–9.30 er móttøka av bø Eftir hetta fer rnum. tað virksemið í go ætlaða og tað spontana ng koma eftir 9. d. Tit eru vælkomin at 30, tó er umrá boða frá á stov ðandi, at tit uni. AT HAVA VIÐ: Tað er umrá ða ndi at børnini hava klæ til okkara sk ði við, ið hóska ifta Vinarliga seti ndi veðurlag. ð na Vøggustovu vn í klæðini. børn skulu ha va blæður við.
UN GÓÐAN MORG L Æ RV OG FA nt á at børn Vit leggja stóran de óttikin um l væ m og foreldur verða ráðandi at tit um er ð morgunin. Ta um tíð at foreldur geva tykk ið. rn ba við æl rv fa siga
SAMBAND Tel. 32 20 03
Leiðarin (Stova 1): soleys@torshavn.fo Ljósástova (Stova 2): daghamljos@torshavn.fo, tel. 29 00 60 Glyvursstova (Stova 3): daghamglyv@torshavn.fo, tel. 29 00 61 Rossástova (Stova 4): daghamross@torshavn.fo, tel. 29 00 62 Reynsstova (Stova 5): daghamreyn@torshavn.fo, tel. 29 00 63 Spírar (Stova 6): spirar@torshavn.fo, tel. 29 00 64