VIESSMANN CONNECTIVITY
ViCare Smart Climate
Fá fult tamarhald á hitanum í tínum heimi og spar pening
+ Fjarhita
+ Oljufýring
+ Hitapumpur
ViCare Smart Climate kann setast til allar hitaskipanir:VICARE SMART CLIMATE KANN SETAST TIL ALLAR HITASKIPANIR
HITAPUMPUR OLJUFÝRING FJARHITI
MINKA UM ORKUSPILL OG FÁ TAÐ MESTA BURTURÚR HITANÝTSLUNI
Fyrimunir
ViCare Smart Climate røðin er tað nýggjasta ættarliðið innan termostatar og aðrar eindir, sum kunnu stýra hitanum í tínum heimi.
Við ViCare appini kanst tú stýra tíni hitaskipan, og øllum tilhoyrandi eindum, beinleiðis frá fartelefonini. Hetta merkir, at tú kanst stýra hitanum, inniluftini og orkunýtsluni. Tá fer minni orka til spillis.
Orkurokningin lækkar, og tú hevur yvirlit yvir hitanýtsluna. Harvið kanst tú tryggja tær, at tú ikki brúkar meira orku, enn tú hevur tørv á.
+ Termostatarnir kunnu nýtast við
øllum sløgum av hitaverkum, uttan mun til framleiðara
+ Kann nýtast til oljufýring, hitapumpu, fjarhita og og jarðhita
+ Samband við internetið umvegis VitoConnect ella innbygt WiFi
+ Einføld stýring við ViCare App
VICARE RADIATORTERMOSTATUR
Ger tað lætt at stýra radiatorum við ViCare appini, sama hvar tú ert.
VICARE GÓLVHITATERMOSTATUR
Tað heilt rætta til nýggj hús, saman við hitapumpu; eisini tá umvælt verður og gólvhiti verður innlagdur.
VICARE KLIMAFØLARI
Battarírikni klimafølarin mátar, heilt neyvt, hitalagið og vætuna í rúmunum. Í stórum bygningum styrkir radiorepeatarin signalið um ein kápil.
VITOCONNECT
Knýtur eldri Viessmann hitaskipanir ella vørur frá øðrum veitarum til internetið. Tað ger tað møguligt at stýra orkunýtsluni um ViCare appini.
FÁ HITASKIPANINA ONLINE
Bæði radiatortermostatar og gólvhitatermostatar kunnu bindast í internetið, soleiðis at tú kanst stýra hitalagnum við m.a. ókeypis ViCare Appini. Í nýggjaru Viessmann hitapumpunum er WiFi parturin innbygdur. Í eldru skipanunum er neyðugt at brúka eitt Vitoconnect WiFi modul.
Tá ið WiFi sambandið er stovnað, antin um Vitoconnect ella innbygda WiFi partinum, er tað einasta, ið tú skalt gera, er at heinta ViCare appina. So kanst tú stýra hitanýtsluni uttan mun til hvar tú ert.
ViCare Smart Climate Gólvhitatermostatur
HÓSKAR TIL ALLAR HITASKIPANIR
Við ViCare gólvhitatermostati og telestater kanst tú, bæði skjótt og lætt, broyta hitakurvina á hitakelduni á øllum Viessmann vørum, uttan at skrúva og stilla á sjálvari hitaskipanini.
Við einum ViCare gólvhitatermostati fært tú eina intelligenta stilling av hitanum, við møguleika fyri at stilla hitalagið heilt upp í 6 ymisk hitaøki, ið hava ein ViCare hitafølara. Skipanin kann eisini víðkast við fleiri ringrásum á 6 hitaøki.
ViCare app
FYRIMUNIR
+ Støðulýsing yvir alla skipanina í realtíð
+ Vel hitalag í einstøkum rúmum
+ Tíðarskráir fyri upphiting
+ Stilla valdan heittvatnshita
+ Stilla ymiskar tíðir til upphiting og heitt brúksvatn
+ Lofta feilboðum beinanvegin og slepp undan
vantandi hita
+ Optimerað orkunýtsla við tillagaðari upphiting
HÓSKAR TIL ALLAR VENTILAR
OG HITASKIPANIR
Við ViCare radiatortermostati, kanst tú bæði skjótt og lætt, broyta hitakurvina á hitakelduni á øllum Viessmann vørum, uttan at skrúva og stilla á sjálvari hitaskipanini. Serligar, kaldar dagar skal tú bert skrúva á termostatinum, so tillagar hitakurvan seg av sær sjálvari.
Termostatarnir kunnu stýrast við ókeypis appini
ViCare App, uttan mun til um tú ert heima ella á ferð. Her hevur tú eisini møguleika at stýra hitalagnum í hvørjum einstøkum rúmi.