Starvsprofilur trivnaðarleiðari

Page 1

LEIÐARAPROFILUR

Trivnaðarleiðari

til Runavíkar kommunu

Innihald Inngangur 4 Um Runavíkar kommunu 7 Um trivnaðardeildina 8 Starvið sum trivnaðarleiðari 8 Førleikakrøv til trivnaðarleiðaran 10 Løn og setan 12 Umsókn og upplýsingar 12 Setanartilgongdin 12 Tá starvið er sett 12

Inngangur

Runavíkar kommuna fer at seta trivnaðarleiðara í starv, og talan er um eitt spennandi og avbjóðandi leiðslustarv við stórari ábyrgd, sum er leyst at søkja.

Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt eina styttri miðlalýsing um starvið, og eisini hendan leiðaraprofilin, sum er ein lýsing av, hvat starvið inniber, og hvørjar væntanir kommunan hevur til førleikar og royndir hjá umsøkjarum. Leiðaraprofilurin verður nýttur sum grundarlag undir viðgerðini av umsóknum, og endamálið við leiðaraprofilinum er, at væntanir hjá Runavíkar kommunu og umsøkjarum hóska so væl saman, sum til ber. Harumframt leggur kommunan dent á, at umsøkjarar og kommunan hava felags fatan av starvinum, soleiðis at tað ber til fáa eina væleydnaða setan.

Fyri at geva umsøkjarum so gott grundarlag, sum til ber, hevur kommunan eisini gjørt eina yvirskipaða lýsing av Runavíkar kommunu og trivnaðardeildini.

4

Um Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna er umfevnandi felagsognin hjá íbúgvunum. Víddin er stór, og í 15 bygdum –úr Æðuvík norður til Funnings – búleikast á leið 4.400 borgarar. Sum triðstørsta kommunan í landinum, liggur Runavíkar kommuna miðskeiðis ímillum tær báðar størstu – Klaksvíkar og Tórshavnar kommunur. Fjøltáttaða vinnulívið í kommununi hevur stóran týdning, fólkatalið er vaksandi, og kommunan skal til eina og hvørja tíð vera til reiðar at møta avbjóðingum, sum koma. Havnarøkið er víðfevnt og virkið, mentanar­ og ítróttarøkið verður alsamt ment, og kommunan fyrireikar seg til útbyggingar á skúla­ og dagstovnaøkinum.

Útstykkingar ymsastaðni standa búnar til at taka ímóti fólkavøkstri. Skúlar og dagstovnar hava høga raðfesting í kommununi, og íløgur eru seinnu árini gjørdar í møguleikar hjá ungdóminum at skipa sín egna trivnað. Eitt virkið handilslív er eitt annað eyðkenni, og flestu stovnar, neyðugir í gerandisdegnum, eru í økinum. Apotek, kommunulæknar, matstovur, gistingarhús, bankar, sýslumaður, krambúðir, rúsdrekkasøla, íðkanarstovur, tænastuvirkir á flestu økjum, skipasmiðja, fornminnissøvn, kirkjur, samkomur og annað. Tvær tær størstu íløgurnar, sum gjørdar verða í løtuni, eru svimjihøllin og Fjøruvegurin, ið er ein felagsverkætlan hjá landi og kommunu.

Síðan Eysturoyartunnilin lat upp fyri almennari ferðslu stutt fyri jól í 2020, er Runavíkar kommuna infrastrukturelt komin at liggja í miðjum Føroyum, og tað í sær sjálvum gevur økinum bæði avbjóðingar og møguleikar.

7

Um trivnaðardeildina

Runavíkar kommuna hevur ment seg nógv seinastu árini, tó uttan at miðfyrisitingin higartil hevur havt ein struktur, sum hevur verið skipaður eftir ávísum leisti. Tó eru ymisk ábyrgdarøki løgd afturat, í samsvari við umsitingarliga tørvin gjøgnum árini. Tí hevur kommunan arbeitt við at menna miðfyrisitingina, og býráðið hevur samtykt at fremja bygnaðarbroytingar og modernisering av miðfyrisitingini. Málið er, at miðfyrisitingin skal virka væl, sama hvør situr politiskt, og at miðfyrisitingin kann hjálpa politiska valdinum at vera 15­20 ár framman fyri sína tíð.

Kommunan hevur sett kommunustjóra, og næsta stig í bygnaðarbroytingini er at seta trivnaðarleiðara í starv. Trivnaðarleiðarin fer at hava ábyrgdina av trivnaðar­ og mentanarøkinum, sum verða løgd saman í eina deild. Ítøkiliga fær nýggja trivnaðardeildin ábyrgdina av hesum økjum: almanna­ og heilsumál, børn og ung, undirvísing og mentan og frítíð. Hesi málsøkini eru býtt millum trivnaðarnevndina, mentanarnevndina og ítróttarnevndina. Í nýggju trivnaðardeildini starvast 9 starvsfólk, og innan trivnaðarøkið sum heild starvast í alt umleið 150 starvsfólk. Nýggja trivnaðardeildin fær ábyrgdina av umleið 50 rakstrarstøðum í fíggjarætlanini, har játtanin er umleið 90 mió. kr. Afturat hesum eru vanliga fleiri byggiverkætlanir og íløgujáttan.

Nærri upplýsingar um kommununa eru at finna á heimasíðunu runavik.fo

Starvið sum trivnaðarleiðari

Trivnaðarleiðarin hevur ábyrgdina av trivnaðarøkinum sum heild. Harumframt er trivnaðarleiðarin við til at menna Runavíkar kommunu saman við býráðspolitikarum, leiðarum og starvsfólkum. Trivnaðarleiðarin hevur ein tvíbýttan leiðsluleiklut. Trivnaðarleiðarin er við í leiðslubólkinum í Runavíkar kommunu og leiðir starvsfólkini í trivnaðardeildini. Trivnaðarleiðarin vísir beinleiðis til kommunustjóran og hevur eisini ábyrgdina at teimum stovnum o.a., sum eru innan trivnaðarøki. Ein týdningarmikil ábyrgd hjá trivnaðarleiðaranum er at tryggja, at allir borgarar og aðrir áhugabólkar fáa svar í samsvari við sínar fyrispurningar, og eisini at hesi fáa skilagóða vegleiðing í øllum málum innan trivnaðarøki, soleiðis at eingin dettur niður ímillum.

Týdningarmiklastu uppgávurnar hjá trivnaðarleiðaranum eru at:

• tryggja, at trivnaðardeildin er før fyri at veita øllum borgarum og øðrum áhugabólkum í kommununi dygdargóða tænastu og samstarv

menna trivnaðarøkið sum eitt gott og virkið arbeiðspláss við týðiligum virðum, greiðum málum og krøvum um úrslit

• at leiða trivnaðardeildina soleiðis, at hon kann veita politisku skipanini professionella og fakliga nøktandi ráðgeving

• tryggja, at trivnaðarøkið hevur fullgóða fíggjarstýring og fremur skilagóðar loysnir og úrslit

• standa saman við kommunustjóranum og tryggja, at borgarstjórin fær best møguliga tænastu, ráðgeving og kunning

• vera skrivari hjá avarðandi nevndu

8

Førleikakrøv til trivnaðarleiðaran

Umsøkjarar til starvið verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Fakligir førleikar

• viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella aðra viðkomandi útb viðkomandi leiðsluroyndir og evni at leiða saman við øðrum

• royndir at arbeiða í einum politiskum umhvørvi

• kunnleiki til almenna fyrisiting, fíggjarstýring og samskipan

• innlit og førleikar at seta seg inn í lógir og reglur

• kunnleiki til kommununa og kommunal viðurskifti, eins og gott innlit í samfelagsviðurskiftini í Føroyum í breiðum týdningi

dugir væl at samskifta og málbera teg á føroyskum í skrift og talu

Leiðsluførleikar

Ynskiligt er, at trivnaðarleiðarin hevur flest allar av hesum eginleikum.

Væntað verður at tú:

• hevur natúrligan myndugleika og jaligan atburð

• ert ein góður ráðgevi hjá politisku skipanini og dugir at fremja politiska viljan í verki

• ert ein góður leiðari, sum kann fremja gott og jaligt samstarv

• dugir at vera avgjørd/­ur, tá ið tørvur er á tí, og at taka avgerð

• dugir at arbeiða strategiskt og leggja dent á at síggja heildina tvørtur um fyrisitingarmørk

• dugir at eggja til nýhugsan og at fáa boðskapin greitt fram

• ert treyst/­ur og letur teg ikki lættliga taka av fótum

10

Persónligir førleikar

Trivnaðarleiðarin hevur í yrkinum nógv samskifti og samtarv við onnur fólk, og tí eru persónligu eginleikarnir týdningarmiklir.

Væntað verður, at tú:

• ert tænastusinnað/­ur og dámar væl at veita dygdargóða málsviðgerð og tænastu til borgarar og aðrar áhugabólkar

• ert jalig/­ur og siðilig/­ur og vísir øðrum álit, eisini tá hart leikar á

• ert virkisfús/­ur, reiðilig/­ur og megnar at umboða kommununa á góðan hátt

• ert málsøkin og hevur yvirlit, eisini tá støðan gerst torfør, ella tá arbeitt verður undir trýsti

• dugir væl at lurta og loysa ósemjur virðiliga

• megnar at standa trygt og týðiliga fram mitt í øllum avbjóðingunum

11

Løn og setan

Miðað verður eftir, at starvið kann verða sett frá 15. august 2024, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Starvið kann eisini verða lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

Umsókn og upplýsingar

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 12. mai 2024.

Søk starvið umvegis leinkið runavik.fo/Leys-storv

Áhugaðir umsøkjarar, ið vilja hava fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra, á 237015 ella Sæunn Lamhauge Nolsøe, kommunustjóra, á 237040. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu runavik.fo

Setanartilgongdin

Tá umsóknarfreistin er farin, verður ein setanarbólkur settur at meta um umsøkjarar og at gera tilmæli um setanina. Setanartilgongdin verður skipað á tann hátt, at setanarbólkurin velur nakrar umsøkjarar til fyrstu samrøðu. Eftir fyrstu samrøðu verður mett um, hvørjir umsøkjarar skulu koma til aðru samrøðu. Teir umsøkjarar, ið koma til aðru samrøðu, skulu áðrenn samrøðuna taka eina test, har dentur verður lagdur á leiðslu og persónligar eginleikar. Úrslitini frá testini verða gjøgnumgingin saman við umsøkjaranum, áðrenn tey verða løgd fram fyri setanarbólkin. Um neyðugt, kann talan verða um fleiri samrøður.

Tá setanarbólkurin er liðugur við sítt tilmæli, verður tilmælið fyrst viðgjørt í fíggjarnevndini og síðani í Runavíkar býráð, sum tekur avgerð um setanina.

Tá starvið er sett

Eftir fimm mánaðar og eitt ár í starvi, vera uppfylgjandi samrøður, sum fyrst og fremst eru ætlaðar at gera støðuna upp í mun til væntanir hjá báðum pørtum.

12

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.