8
Sosialurin
Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74
NEYVARI ELTING AV SM
Debes Christiansen hevur sett sær fyri, at hann og hansara granskaratoymi skulu fáa arvastreingirnar lisnar á øllum koronutilburðunum í Føroyum, tí á tann hátt kann smittusporingin gerast betri. Her stendur hann við talvuna á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og teknar eitt ættartræ við virusfruktum. (Mynd: Brynhild Thomsen)
Vit kanna okkum sum ør í Føroyum, men maðurin, sum umheimurin kennir sum harra Korona í Norðuratlantshavi, hevur ikki gapað fyri vattpinninum – enn. – Tað er ikki neyðugt, fyrr enn tað er neyðugt, sigur Debes Christiansen, sum nú granskar fyri at gera smittusporingina neyvari og skjótari. Eftir Brynhild Thomsen - Dreymurin er at kunna lata land slæknanum lisnan arvastrong av einstøku smitturoyndunum innan 12 tímar. Debes Christiansen stendur við talvuna á Heilsufrøðiligu Starvs stovuni, har hann er deildarleiðari. Hendan dagin skal hann tó royna at fáa undirritaðu at skilja, hvat hann hevur undir sínum gransk araluppi beint nú.
Hann teknar eitt ættartræ. Frukt irnar á trænum eru av COVID-19virussi. Debes Christiansen og hansara granskaratoymi hava sett sær fyri at lesa arvastreingirnar í koronu virussi í øllum teimum smittaðu her á landi fyri at finna frávik. Tí frávikini siga nakað um, hvaðani smittan kemur, og hvussu hon hev ur gingið. - Um vit innan 12 tímar kunnu siga við landslæknan, at hendan
smittan er nýkomin ella longu var her frammanundan, so spita vit sporingina og gera hana nógv neyv ari og við minni arbeiðsorku, sigur hann. Hann vísir á munin millum tað, vit í dag hava, og tað, sum vit kunnu fáa við hesi granskingini. - Í løtuni verður ein vísindalig grein hjá Marnar Fríðheim Kristi an sen um føroyskar smittuketur javnlíkamett. Hesar smittuketurnar eru teknaðar út frá samrøðum við smittað fólk. Vit hava hesar smittu royndirnar her, og við at lesa arva streingirnar í teimum, kunnu vit staðfesta, hvussu neyv ella óneyv samrøðusporing er, greiðir Debes Christiansen frá.
KINESISKI GRANSKARIN Á veg út á Debesartrøð hendan fríggjamorgunin at gera samrøð una ringir telefonin. Í horninum er ein tingkona, sum eg havi spurt um okkurt.
- Skalt tú tosa við Debes? Hann bjargaði Føroyum í vár! Hetta verður fyrsti spurningur, hugsi eg. Passar tað, sum tey siga, bjargaði tú Føroyum í vár? Hann smílist og suffar, men ress ast so við. - Jú, tað passar á tann hátt, at høvdu vit ikki havt kanningarskip an ina klára, so høvdu vit verið
noydd at sent royndirnar til danska Serumstovnin, og tað hevði havt seinkingar og avleiðingar við sær. Serliga tá vit so fingu nokkso nógva smittu, sigur hann. Altjóða miðlar hava skrivað nógv um Debes Christiansen sein astu mánaðirnar. Tað er ein góð søga, at ein veterinerur – hann ar beiðir jú vanliga við sjúkum í ali laksi – í pinkulingalandi í Norður