
1 minute read
FAKTAKANNING GER MUN
Falskunnig ger, at nógv fólk trúgva uppá ymiskt, sum ikki passar. Nýggj gransking vísir, at tað hjálpir at gera faktakanningar, har víst verður á, hvat er rætt.
Granskingin, sum tveir amerikanskir granskarar hava gjørt í fýra sera ólíkum londum: Argentina, Nigeria, Suður Afrika og Stórabretlandi, er almannakunngjørd í tíðarritinum PNAS.
Advertisement
Her verður víst á, hvussu faktakanningar kunnu gera, at fólk trúgva minni uppá falskunning.
Fleiri lond hava felagsskapir, sum kanna, um talan er um falstíðindi, og almannakunngera úrslit á heimasíðum. Í Noregi finst miðilin Faktisk.no og í Danmark Tjekdet. dk