1 minute read

FAKNEVND FYRI STUÐLI TIL GRANSKING

Nýggja lógin um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og ný skapan ásetir, at ein faknevnd skal játta stuðul til gransking.

Faknevndin kemur í staðin fyri Granskingarnevndina, sum áður hevur stjórnað Granskingar ráð num og tikið støðu til stuðul.

Advertisement

Limirnir í faknevndini skulu antin vera granskarar ella gransk ingarkøn. Tey verða vald við avgerð frá lands stýris manninum í mentamálum. Limirnir verða tilnevndir fyri trý ár og kunnu ikki sita í nevndini longri enn tvey fylgjandi skeið.

Í FYRSTU FAKNEVNDINI SITA:

Bogi Bech Jensen, formaður, ph.d. í verkfrøði

Jákup Reinert Hansen, ph.d. í gudfrøði

Jana Ólavsdóttir, ph.d. í jarðfrøði

Marin Strøm, ph.d. í heilsuvísindi

Petur Steingrund, dr.philos. í fiskifrøði

Mynd frá vinstru:Petur Steingrund, Marin Strøm, Bogi Bech Jensen, Jana Ólavsdóttir og Jákup Reinert Hansen

This article is from: