1 minute read

TÍGGJU NÝGGJAR VERKÆTLANIR HAVA FINGIÐ STUÐUL

Granskingarráðið hevur í ár játtað stuðul til tíggju nýggjar granskingarverkætlanir. Helvtin av árligu játtanini er latin til ph.d.-verkætlanir.

Granskingarráðið fekk í ár 34 umsóknir um stuðul úr Granskingargrunninum. Tilsamans varð søkt um góðar 31 mió. kr. Játtaðar vórðu tilsamans slakar 7,5 mió. kr. til 10 verkætlanir.

Advertisement

Ein nýtilnevnd faknevnd fyri stuðli til gransking gjørdi av, hvørjar verkætlanir skuldu stuðlast. Avgerðirnar hjá nevndini vóru grundaðar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

STUÐUL VARÐ LATIN TIL HESAR VERKÆTLANIR:

Sandra Saxov Lamhauge: “Ein sosiofonetisk kanning av atblástri og avraddaðum sonorantum í føroyskum - eitt lítið lýst evni í einum lítið lýstum máli” Ph.d.-verkætlan á Føroyamálsdeildini á Setrinum – kr. 1.100.000

Rakul Maria Johannesen: “TINNA – Jarðfrøðiliga loysnin at røkka null útlát” Ph.d.-verkætlan á Jarðfeingi og Oslo Universiteti – kr. 1.000.000

Helga Bára Mohr Vang: “Stovnsbýti og vistfrøðiligi leikluturin hjá hýsu á føroyska landgrunninum og Føroyabanka” Ph.d.-verkætlan á Havstovuni og Aarhus Universiteti – kr. 350.000

Jóhannis Danielsen: “Sjófuglur sum yvirvøkutól av dálking í føroyskum sjóøki” Post.doc.-verkætlan á Havstovuni – kr. 900.000

Sissal V. Erenbjerg: “Forritan av fjarðamyndlinum FarCoast og háavrikandi teldumegi” Verkætlan á Fiskaaling – kr. 940.000

Inga Kristiansen: “Sambandið ímillum djóraæti og havfrøðiligar broytingar kring Føroyar í trý áratíggju” Post.doc.-verkætlan á Havstovuni – kr. 1.000.000

Tórunn Højgaard Ósá: “Neurologiskar sjúkur hjá børnum í Føroyum: Farsóttarfrøði, svøvnólag og ávirkan av eini tónleikauppílegging” Ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum – kr. 790.000

Elsa J. D. Johannesen: “Palliativ umsorgan í heiminum: Ein kvalitativ kanning í Føroyum” Ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum – kr. 360.000

Magni Mohr: “Ávirkan av lág-kolvætu og orkufátækum kosti á kropsligt arbeiði í óvirknum fólki við ov høgum kropsfeitti” Verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum – kr. 360.000

Katrin E. Danielsen: “Ílegukanningar fyri bróstkrabba í Føroyum” Verkætlan á ílegusavninum – kr. 650.000

This article is from: