
1 minute read
HORIZON EUROPE VERÐUR STØRRI OG MEIRA FRAMSØKIÐ
Horizon Europe verður sett upp á sama hátt sum undanfarna Horizon 2020. Talan verður um tríggjar súlur ella trý ymisk øki, sum lofta umsóknum um verkætlanir á hvør sín hátt.
Eftir Mariu Húsgarð
Advertisement
Tann fyrsta av teimum trimum súlunum í Horizon Europe er fyri gransk aran, sum ætlar at søkja einsa mallur. Undir hesi súluni er millum annað European Research Council, sum hevur latið stuðul til slóðbrótandi gransking á nógvum viðkomandi økjum, og sum hevur verið eitt stig á leiðini til altjóða viður kenning og enntá til Nobel virðisløn hjá fleiri granskarum.
EUROPEAN RESEARCH COUNCIL OG KORONA
Koronafarsóttin setti av álvara sjóneykuna á týdningin av gransking. Álit varð sett á granskarar at finna loysnir, og umleið 200 ERC stuðulsmóttakarar fingu møguleika at granska og byggja víðari á tað, sum aðrir granskarar undan teim um høvdu avrikað.
Ein týðandi uppgáva hjá ERC verður áhaldandi at styrkja álitið á vísindi, meðan summi av øllum alvi royna at máa støðið undan við falskunning.
Stuðulin úr ERC legði grundina undir, at menningin av Pfizer- BioNtech vaksinuni kundi ganga so skjótt.
MARIE CURIE FLYTFØRISKIPANIN
Flytføriskipanin ber enn navnið hjá navnframa granskaranum, Marie S. Curie. Skipanin er ikki broytt í mun til undanfarnu skrá. Granskarar kunnu við stuðli úr Horizon koma til Føroya ella fara út í heim at granska í eitt ávíst tíðarskeið. Lut tøkan kann eisini vera partur av størri netverki, sum hevur sum enda mál at útbúgva granskarar.
Seinasti føroyski stovnurin, ið megnaði at fáa lut í Marie Curie skipanini undir Horizon 2020, var Heilsufrøðiliga Starvsstovan við verk ætlanini ”RASOPTA - Safeguarding future production of fish in aquaculture systems with water recirculation”. Verkætlanin hevur fingið játtað 24 mió. kr. í stuðli til at útbúgva 12 ph.d. lesandi í átta ymiskum londum í Europa.
Føroyska luttøkan snýr seg um fiskaheilsu, og úr Føroyum luttaka umframt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna eisini Hiddenfjord og SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar.
SAMSTARVSNETVERK
Størsti parturin av Horizon Europe stuðlinum fer til samstarvs verkætlanir. Økið, sum er ætlað til menning av fyritøkum, fevnir eisini um samstørv tvørturum landamørk og fakøki og millum bæði stovnar og fyritøkur.
Føroyska luttøkan hevur eydnast væl í hesum partinum av Horizon. Føroysk luttøka snýr seg ofta um okkara høvuðsvinnu ella um okkara landafrøðiligu støðu í Norður atlantshavi, har til ber at máta veðurlagsbroytingar og geva muna gott íkast til gransking í Arktis.