1 minute read

STRATEGISKT RÁÐ SKAL SETA MÁL FYRI GRANSKING

Eitt nýtt strategiskt ráð fyri gransking, menning og nýskapan verður skipað í næstum. Endamálið við ráðnum er at styrkja strategisku ráðgevingina til landsstýrið og vinnuna. Eisini skal ráðið kunna seta mál, eitt nú fyri luttøku í altjóða samstarvi á økinum.

Nýggja ráðið kemur í staðin fyri Vísindaráðið.

Advertisement

Sjey fólk skulu veljast í nýggja ráðið. Landsstýrismaðurin í mentamálum fer at lýsa alment eftir uppskotum um limir til ráðið og fer at heita á stjórnarráðini, Fróðskaparsetrið og aðrar granskingarstovnar, Arbeiðsgevarafelagið og arbeiðstakarafeløgini um at koma við uppskotum. Síðani fer ein trímanna nevnd at viðgera uppskotini og geva landsstýrismanninum tilmæli við í minsta lagi 10 nøvnum.

Granskingarráðið hevur sett ein skrivara til nýggja ráðið, sum eisini skal fáa hagtøl til vega og gera eina støðulýsing av gransking og menning í Føroyum, bæði í almenna og privata geiranum.

This article is from: