2 minute read

BLOGGA: TÁ EG SJÁLV GLEIÐ Í BANANSKALINUM

Eftir Brynhild Thomsen

– Altso, vilt tú hava meg at stinga dóttir tína seks ferðir heldur enn tvær?!

Advertisement

Læknin í innikleimdu lokalunum á Amagerbrogade hugdi at mær við troyttum brá og síðum eygnalokum. Brillurnar darlaðu niðri á nasatippinum, og eg helt, at hon sá slitin út. Næstan líka slitin sum eg sjálv.

– Ja, nikkaði eg við pinkuni á knænum. – Jamen, hví í himmalsins navni vilt tú tað?, spurdi hon vantrúgvin.

Ja, hví í himmalsins navni vildi eg heldur hava mína fyrstføddu at verða prikaða seks ferðir heldur enn tvær ferðir?

Jú, í fyrsta lagi var eg so rúsað av almóðirligum hormonum, at eg helt meg og ongan annan kunna verja hana móti heimsins óndsku. Og í øðrum lagi hevði eg sæð eina samrøðu við ein granskara, sum segði seg hava staðfest, at MFRkoppsetingin elvdi til autismu. Gamaní hevði eg síðani eisini lisið, at talan var um ein falsara, og at granskingarúrslitini vóru øll somul afturvíst, so koppsetast skuldi dóttirin. Men var ein annar hvítur kittil trinin fram og sagt, at hansara børn bara fingu MFR, um hon ikki var givin í einum, men í trimum, og við nóg drúgvari tíð ímillum. Og so vildi eg eisini tað. Fyri at binda um heilan fingur ella okkurt. Og eftirsum MFR skuldi gevast tvær ferðir, ja, so vóru tað seks prik, sum eg júst hevði biðið læknan um at geva dóttur mínari, ið einki ilt skuldi uppliva, stóð tað til mín.

Læknin segði bart út, at eg var ør, men orkaði ikki at roksa við meg – bíðirúmið var fult av øðrum tvørligum kundum – og bílegði so óblandað meslinga, fárasjúku og reyðlingakoppsetingarevni frá Statens Serum Institut og bað okkum koma aftur.

Dóttirin fekk tvey prik av meslingaevni, áðrenn hormonrúsurin var runnin so mikið av mær, at eg bað læknan gera tað, sum hon hevði skil fyri og meinti var rætt, og gentan fekk ein dupultan og annars øll onnur prik, sum hoyrdu til.

Eg havi altíð verið foy um hetta, tí eg hevði einki sum helst vitborið at hava hetta í. Bara hýsterí og eina býttisliga fatan av, at eg visti, tó at eg einki sum helst visti.

Og eg gjørdi aftur mistak, tá eg sum redaktørur í útvarpinum mong ár seinni hevði ábyrgdina av dekninginum av HPVkoppsetingum. Hóast talan var um eina fantastiska koppseting, sum kundi forða fyri ræðuligari krabbasjúku í lívmóðirhálsinum, og sum breið vísindalig konsensus var um, ja, so fingu anekdotur um gentur, sum høvdu fingið hjáárin av koppsetingini, dekningin at fara av sporinum. Vit mæltu ikki frá koppseting, og mínar gentur fingu eisini HPVkoppseting, men í útvarpinum dekkaðu vit anekdoturnar ábyrgdarleyst. Sum vóru tær avleiðing av koppsetingini, uttan at nakað prógv var fyri tí. Vit søgdu ikki, at prógv var fyri tí, men dekningurin í sjálvum sær gav eina fatan av, at so var. Tað hendi á mínari vakt, tað fekk avleiðingar fyri undirtøkuna av koppsetingini, og tað vil eg biða um umbering fyri. Eg eri gliðin mangar aðrar ferðir í bananskalinum. Mín diabeteslækni noyddist eitt nokkso drúgt tíðarskeið at brúka tíð frá øðrum sjúklingum uppá at kjakast við meg um statinir, tí eg hevði lisið okkurt býtt á netinum. At enda lurtaði eg eftir hansara góðu argumentum.

Og eg havi eisini trýst á “del” á facebook, tá eg sá eina mynd av eini ovurstórari rottu í Birmingham, sum kom krúpandi upp úr kloakkini har. Eg slettaði hana við reyðum oyrum, tá ein fbvinur fluks skrivaði:

– Hví í himmalsins navni leggur tú eina falsmynd út, Brynhild?!

Eg má ansa nógv betur eftir bananskølum.

Mynd: (c) freerangestock.com

This article is from: