Fólkaflokkurin - Valskrá 2024

Page 1


Her skulu vit øll trívast

Valskrá 2024

1. Eldraøkið

2. Børn og ung

3. Mentan og ítrottur

4. Vinnan

5. Fíggjarpolitikkur

6. Býarskipan og umhvørvi

7. Bygdirnar

8. Familjan

9. Bústaðarpolitikkur

Her skulu vit øll trívast – Valskrá 2024

Fólkaflokkurin í Klaksvíkar kommunu

Vit eru øll góð við okkara kommunu. Vit eru errin av øllum teimum mongu virkisfúsu borgarunum, ið eru her og skapa virksemi og trivnað.

Vit eru sannførd um, at vit eiga bestu kommunu í Føroyum. Tó kunnu vit altíð gera tað betri.

Í hesum faldaranum vilja vit vísa á, hvørjar raðfestingar vit ynskja leggja dent á komandi árini. Raðfestingar, ið elva til vøkstur í kommununi.

At fólk skulu hava allarbestu møguleikar at búleikast her frá smábarni til eldraárini. Vit skulu framhaldandi hava góðar karmar til tað ríka og fjølbroytta mentanar- og vinnulívið í kommununi. Okkara ungu skulu hava møguleikan til at seta búgv her. Alt hetta skal fremjast skynsamt.

Hetta vilja vit í Fólkaflokkinum raðfesta. Tí her skulu vit øll trívast.

Eldraøkið

Eldri við virðing og virksemi

Okkara eldru hava lyft samfelagið fram, og nú er tað okkara ábyrgd at tryggja teimum eina innihaldsríka og virðiliga tilveru. Tað skal vera mennandi og spennandi at eldast í Klaksvíkar kommunu. Um sjúka rakar, skulu tilboðini vera bæði trygg og nærløgd. Okkara eldru, ið ynskja at búgva í egnum heimi sum longst, skulu eisini hava møguleikan til tess.

Vit vilja tí raðfesta:

• Nýhugsan og menning innan eldraøkið

• Dygdargóða heimatænastu, sum gevur okkara eldru ta hjálp, tey hava tørv á

• Endurvenjing og endurmenning, so tey eldru kunnu varðveita sjálvræðið

• Fleiri dagtilboð og umlættingarpláss skulu skipast til okkara eldru

• At tryggja tøk røktarheimspláss til tey, ið hava tørv á tí

• Førleikamenning av starvsfólki innan eldraøkið

• At eggja okkara eldru til at vera virkin og liva eitt ríkt lív so leingi sum gjørligt

• At seta gongd á ætlanirnar um nýggjan eldradepil í Klaksvík

Børn og ung

Ein tryggur og kærleiksfullur barndómur

Børnini eru okkara dýrasta tilfeingi. Vit skulu stimbra undir eitt trygt umhvørvi, fylt við kærleika heimanífrá og fjølbroyttum møguleikum í kommununi.

Framtíðin er í okkara børnum, og vit skulu geva teimum bestu fortreytirnar.

Vit vilja:

• At starvsfólk á dagstovnunum skulu hoyrast, trívast og støðast

• Framhaldandi útbyggja, betra og menna umhvørvið á dagstovnaøkinum

• Førleikamenna starvsfólk innan dagstovnaøkið

• Seta ferð á næsta byggistig á Skúlatrøð, so vit nærkast einum lidnum skúla

• At børn við serligum tørvi skulu hava nøktandi tilboð

• Skapa fleiri møguleikar fyri frítíðarvirksemi fyri ung í rúsfríum og tryggum umhvørvi

• Styrkja frítíðarvirksemið og sjálvbodna arbeiðið, ið gevur ungdóminum møguleika at blóma

Mentan og ítróttur

Lív og gleði í kommununi

Mentan og ítróttur eru hjartaslátturin í trivnaðinum. Ein kommuna við ríkum mentanarlívi og virknum ítróttarumhvørvi er savnandi fyri borgarar okkara og stimbrar góða felagsskapin.

Vit vilja:

• Dagføra og viðlíkahalda ítróttarhallirnar og svimjihøllina

• Fremja bygging av fimleikahøll

• Styrkja innanduraítróttin, so pláss er fyri øllum

• At rundanumøkið við stadionøkið og rennibreytina skal gerast liðugt, fríðkast og viðlíkahaldast

• At mentanarhúsið skal gagnnýtast til fulnar við mentanarligum tiltøkum og ráðstevnum

• Skapa góðar karmar fyri Tónlistaskúlan

Vinnan

Sterkt og fjølbroytt vinnulív

Vinnulívið er grundarsteinurin undir trivnaði og vælferð. Havnarlagið er hornasteinurin undir bæði sjó- og tænastuvinnuni. Í Klaksvíkar Kommunu skulu vit, í tøttum samstarvi við vinnuna, skapa karmar, so vinnulívið her á staðnum hevur bestu umstøður til menning og vøkstur, ið eisini er ein fortreyt fyri vøkstri í allari kommununi.

Vit vilja:

• Tryggja, at kommunal arbeiði og innkeyp verða boðin út

• At vinnan skal hava lættari og smidligari atgongd til kommunala myndugleikan

• Skapa bestu karmar fyri vinnurekandi, har serligt fokus eisini er á smærri vinnufyritøkur, so tær trívast og vaksa

• Skapa karmar fyri vinnu, ið dregur vitanartung størv til sín

• Liðugtgera útbygging av Norðhavnini

• Orða ferðavinnupolitikk í samráði við bygdirnar og lokalu vinnuna í Norðoyggjum

• At kommunan og landbúnaðurin skulu í tøttum samstarvi gera langtíðarætlan fyri landbúnaðin og ferðavinnuna

Fíggjarpolitikkur

Skynsom stýring

Sunn fíggjarstýring er lykilin til eina sterka og vælvirkandi kommunu. Vit vilja fáa meira fyri hvørja krónu og tryggja, at íløgur verða gjørdar við framtíðini í huga. Fíggjarpolitikkurin skal rekast á ein hátt, so borgarar eisini kunnu hava størri frælsi yvir egnum pengum.

Vit vilja:

• Hava eina skynsama fíggjarstýring

• Leggja eina langtíðarætlan fyri rakstur og íløgur hjá kommununi

• At skuldin skal lækka

• Leggja eina ætlan, har skatturin verður skynsamt lækkaður komandi 4 árini

Býarskipan og umhvørvi

Grønar loysnir, sum styrkja trivnaðin

Umhvørvið skal verjast og virðast. Trivnaður er grundarsteinurin fyri eina vælvirkandi kommunu, har fólk trívast bæði í náttúruni og í býnum.

Býurin skal verða eitt stað, har lívið blómar, og har menniskju kenna seg væl í umhvørvinum.

Vit vilja:

• Tryggja betri parkeringsviðurskifti og skipa tryggari ferðslumynstur, so øll kunnu ferðast trygt

• At grønar lundir og øki verða ein sjálvsagdur partur av allari býarmenning, so náttúran verður drigin inn í býarmyndina

• Gera eina skipaða ætlan fyri viðlíkahaldi av kommunalum vegum og bygningum, soleiðis at infrastruktururin verður væl rikin

• Fríðka um og gera miðbýin lidnan, so hann veruliga gerst hjartað í býnum sum savningarstað

• Raðfesta atkomuviðurskifti høgt, so allir borgarar hava møguleika at luttaka í øllum virksemi í kommununi

Ein týðandi partur av okkara samleika

Bygdirnar eru dýrabærur partur av okkara samleika, og er tað umráðandi, at tær varðveita síni eyðkenni. Vit vilja tryggja, at bygdirnar blóma saman við býnum við javnbjóðis møguleikum til øll, og at loysnir verða verða skaptar saman við íbúgvunum í økinum.

Vit vilja:

• At bygdirnar skulu varðveita síni eyðkenni

• Skapa fleiri møguleikar í bygdunum, so tað er eins eggjandi at búseta seg á bygd sum í býi

• At loysnir verða skaptar saman við íbúgvunum í bygdunum

• Landbúnaðarjørðin skal verjast, tí tað er grundarsteinurin fyri einari burðardyggari matvøruframleiðslu

Familjan

Kjarnin í trivnaðinum

Familjan er kjarnin í lokala samfelagnum. Vit ynskja eina kommunu, har øll, frá barni til ellisár, kunnu savna góð minnir. Tryggar familjur eru grundvøllurin undir einari sterkari kommunu. Tí er neyðugt, at kommunan verður meira familjuvinarlig. Tað er ein treyt fyri framhaldandi fólkavøkstri í kommununi.

Vit vilja:

• Geva bestu tænastur til borgarar í kommununi og tryggja, at tað er lætt at flyta higar

• Varðveita ansingartrygd á dagstovnaøkinum

• Orða ein dagførdan og greiðan integratiónspolitikk, so øll kenna seg vælkomin

9 Bústaðarpolitikkur

Møguleikar til øll

Skal kommunan vaksa, mugu borgarar altíð hava møguleikan til at fáa ein bústað.

Vit vilja tryggja, at nóg mikið av grundøkjum eru tøk, og at útstykkingar vera gjørdar við trivnaði í huga. Vit skulu gera møguleikar til fjølbroyttar bústaðir

í kommununi.

Vit vilja:

• Tryggja, at kommunan altíð hevur nøktandi grundøki tøk til tey, ið ynskja at byggja

• Skapa fjøltáttaðar útstykkingarætlanir til íbúðarverkætlanir, raðhúsbygging og annað, sum kann nøkta ymiska tørvin

• At allar útstykkingar skulu hava fríøki og grøn øki, sum fjálga um umhvørvið, trivnaðin og gera tað hugnaligt og livandi

Fólkaflokkurin í Klaksvíkar kommunu - Valevni 2024

Atli S. Justinussen Eyðstein Poulsen
Fríðin Ziskason Ísak Mikladal Jógvan Skorheim
Oddmar á Lakjuni Rannvá Isaksen Símun á Høvdanum
Mona-Maria úr Fugloy
Andreas Josephsen Frímund Hansen

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.