Pisan 2004

Page 21

stuttligt er komið burtur úr teimum klassisku balletttímunum. Men um vit ikki høvdu ein so fantastiskan ballettlærara, so vóru vit nokk ikki komin so langt, sum vit eru nú. Umframt klassiska ballett hava vit eisini jazzballett, jazz-teknikk, stepp og koreografi (vit dansa ymiskar dansir upp gjøgnum tíðina, alt frá gomlum operettum til Chicago). Tað er nógv, vit skulu læra upp á stutta tíð, so vit mugu eisini venja í frítíðini. So nøkur kvøld fara við at standa við ”barrina” niðri i dansisalinum. Kravt verður eisini av okkum, at um vit læra eina koreografi í einum av dansitímunum, so skulu vit eisini duga hana til næstu ferð. Tað eru strangir dansi-lærarar, ið krevja disciplin, og einki eitur at koma ov seint ella svara aftur! Sangur: Nú hevði eg sungið nógv, áðrenn eg byrjaði á Musicalakademinum, so har liggur mín styrki. Eg hevði ikki fingið sangundirvísing, áðrenn eg byrjaði á skúlanum, so fyri meg er tað serstakliga spennandi at hava soloundirvísing. Tað er ótrúliga spennandi at læra nýggjar sangteknikkir, men tað er heldur ikki bara stuttligt. Tað er ringt at bróta gamlar vanar, og fyrstu ferð ein roynir ein nýggjan sangteknikk, so ljóðar tað ikki altíð so væl. Tá ein byrjar eina tílíka útbúgving, verður oftast dentur lagdur á tað, tú ikki dugir. Tað tú dugir, er tað ikki so spennandi at arbeiða víðari við, tí menningin er so avmarkað. Tað er ofta hart altíð at vera mintur á tað, tú ikki dugir. Ofta fært tú kensluna av, at tú dugir einki, men tá tú so hevur lært tað, tú frammanundan ikki dugdi, so er tað vert alla ta frustratión, tú áður vart ígjøgnum. Afturat solosangtímunum er coaching, sum er ein lærugrein, har tú lærir at formidla sangin dramatisk. Tú skalt royna at sannføra áskoðararnar um, at tað er tað mest náttúrliga í verðini at brádliga byrja at syngja mitt í leikinum. Præsentatión er ein felags lærugrein, har tú fyrireikar teg til at ganga til upptøkuroynd til alskyns sangleikir, har flokkurin er dómarapanel. Og at enda havi eg ensemble/kórsang, har vit eru seks fólk, ið syngja ymsar kórsangir úr sangleikum. Sjónleikur: Sjónleikur hevur tað minsta tímatalið, bert 3 tímar um vikuna. Harafturat eru 4 vikur býttar út á alt skúlaárið, har vit hava drama 8 tímar hvønn dag í eina heila viku. Vit hava tá ymiskar gestalærarar, ið nýta ymiskar dramateknikkir. Fyrsta árið í drama verður kallað ”navle-pilleri”. Tað merkir, at tað er nógv ”soulsearching”, stórur sálarfrøðiligur ”innfallsvinkul”, og endamálið er, at vit skulu læra at kenna okkum sjálvi betur. Tað er fantastiska spennandi, serliga tá ein ikki hevur arbeitt so nógv innan sjónleik, men tað er hart. Tí ofta verða kenslur uppgravaðar, sum ein

56

Pisan 2004

hevði fortrongt ella ikki ánaði, at ein hevði. Tað krevur eisini eitt ótrúliga sterkt álit á sínar floksfelagaðar at tora at avdúka seg sjálvan so nógv. Nógv mørk verða flutt í sjónleikaundirvísingini, og tá er umráðandi, at ein hevur seg sjálvan við. Eitt nú venjingar, har ein skal sláa ein annan persón og ýla í høvdi á honum ella mussa ein av sínum floksfeløgum, tá tað ikki er ein mammumussur. Men allar hesar avbjóðingarnar flyta og búna ein, so ein gerst betri til at arbeiða dramatiskt. Í løtuni hava vit eina sangleiksverkætlan, og tað er eisini tí, at vit eru í skúla langt út á kvøldarnar. Sum fyrstaársnæmingar hava vit tríggjar verkætlanir. Áðrenn heystfrítíðina í fjør framførdu vit sangleikin The Rocky Horror Show, og nú eru vit í gongd við West Side Story og brot úr Moulin Rouge. Tá vit hava sangleiksverkætlan, hava vit níggju tímar um vikuna afturat tí fulla tímatalinum. Tað er ótrúliga stuttligt at seta hesar sangleikirnar upp, sjálvt um vit bert framføra teir fyri skúlanum. Men endamálið er at royna tað miðvísa arbeiðið, ikki minst sjálva arbeiðsgongdina, og at kunna okkum um, hvussu tað fer at vera at arbeiða í sangleikum, tá vit eru liðug við útbúgvingina. Til allar verkætlanir hava vit leikstjóra, koreograf og pianist. Eg verði ofta spurd, hvussu mær dámar skúlan, og eg svari: ”Væl, men tað er hart”. Hetta er ein ótrúligur møguleiki fyri meg at vera sloppin inn á hendan skúlan, og eg eri rættiliga vís í, at útbúgvingin eisini er tann rætta fyri meg, men hart er tað. Tað er strævið kroppsliga, tí vit dansa 3 tímar hvønn dag, og í verkætlanum eru enn fleri dansitímar. Tað er hart mentalt, tí ein altíð noyðist at vera ”på” og vísa eina menning. Sjónleikurin krevur eisini støðuga atgongd til tínar kenslur. Ofta hugsi eg, at í dag orki eg ikki at hava nakrar kenslur. Tað er stórt trýst frá lærarum, frá floksfeløgum og einum sjálvum. Man eg nú duga nóg væl? Man eg fara at læra alt, sum eg helst skal læra? Og ikki minst, havi eg nakran møguleika, tá eg verði liðug? Tað eru jú so nógv onnur, sum duga so væl. Og hvussu skal man duga alt líka væl, at dansa, syngja og spæla sjónleik? Jú, nógvir eru tankarnir, ikki bara hjá mær, soleiðis hava vit tað øll, sum ganga á Musicalakademinum. Men ein noyðist at trúgva uppá seg sjálva. Ofta um morgunin, tá eg skal til morgunvenjing, so hugsi eg, áááááhhhhhhh, eg tími ikki. Eg vil hava eitt vanligari lestrarlív, har ein fer í bað um morgunin (og ikki fleiri ferðir hvønn dag!) og etur morgunmat (tað geri eg ikki, fyrr enn morgunvenjingin er av), og so antin í tok ella á súkklu í skúla at lurta eftir einum fyrilestri,

Floksundirvísing: Minnir um undirvísing í fólkaog miðnámsskúlunum. Vanliga eru 25-30 lesandi í hvørjum flokki. Undirvísarin gjøgnumgongur undirvísingartilfarið, og avtalað verður hvorja ferð, hvat skal lesast til næstu ferð. Kjak og framløgur eru partur av undirvísinigini. Roknivenjingar: Undirvísing, har tú stutt og greitt roknar uppgávur. Oftani er ein undirvísari til staðar, sum kann hjálpa við uppgávum. Henda undirvísing finst í høvuðsheitum á nátturuvísundaligum útbúgvingum. Starvsstovuvenjingar: Eru á flest øllum tekniskum, nátturuvísundaligum og læknafrøðiligum útbúgvingum. Tímarnir eru vanliga kravdir, tvs. at tú hevur møtiskyldu fyri at kunna standa lærugreinina. Endamálið er, at næmingarnir fáa neyðugu praktisku royndirnar á júst teirra øki. Økisskeið (”feltkurser”): Finnast t.d. á útbúgvingum sum lívfrøði, jarðfrøði og fólkalívsfrøði. Her verður farið út í avíst umhvørvi at kanna ávís viðurskifti, tað verði seg djóralív, plantulív, fólkasløg ella annað. Eins og við starvstovuvenjingum er endamálið at geva teimum lesandi praktiskar royndir innan ávíst lestararøki.

Starvsvenjing: Á nógvum útbúgvingum er starvsvenjing ein kravdur partur, sum skal fara fram í ávísum lestararhálvum. Nevnast kunnu útbúgvingar sum pedagogikkur og sjúkrarøktarfrøði. Á t.d. tannlækna- og djóralæknaútbúgvingini er starvsvenjing fastur partur av útbúgvingini og fer fram á sjálvum útbúgvingarstovninum. Innan landbúnað og verkfrøði verður lagt upp til, at tann lesandi sjálv/ur finnur eitt stað til starvsvenjing, sum so er partur av útbúgvingini. Á t.d. humanistiskum og samfelagsvísunudaligum útbúgvingum er starvsvenjing ikki eitt krav, men ein møguleiki tú kanst taka í ½ ár. Á RUC (Roskilde Universitets Verkætlan: Center), Aalborg Universitet og eitt nú arkitektskúlunum verður arbeitt við verkætlanum burturav. Á flestu hægri útbúgvingum skal ein tó fyrr ella seinni gjøgnum eina verkætlan, ið antin kann gerast sum bólkaella einstaklingaarbeiði. Ymiskt er, hvussu undirvísingin fer fram í hesum sambandi. Gjarna er ongin beinleiðis undirvísing knýtt at eini verkætlan, men ein verður í staðin knýtt/ur at einum undirvísara, ið virkar sum vegleiðari og ráðgevi. Ein verkætlan varir vanliga ½ til 1 ár. Summastaðni skalt tú bert lata skrivliga uppgávu inn, aðrastaðni skalt tú upp í munnligari próvtøku afturat. Helena D. Højgaard

Katrin

Pisan 2004

21


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.