Pisan 2004

Page 1


PISAN 2004 ISBN 99918-988-0-8 UPPLAG: 2000 eintøk PRENT: Malchow Bogtryk ÚTGEVARI: © Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) Vesterbrogade 17A DK-1620 København V Tlf.: 33 25 02 10 www.mfs.fo E-mail: mfs@mfs.fo Skrivstovutíð er mikudag og fríggjadag kl.16-18. Skrivstovan í Århus er opin týsdag kl.16-18, tlf. 26 74 83 21 svarar eisini uttan fyri skrivstovutíð. Endurgeving av tilfari úr Pisuni er bert loyvd, um keldan er týðiliga nevnd BLAÐSTJÓRAR Annika Helgadóttir Joensen & Katrin D. Apol LAYOUT OG LÝSINGAR Annika Helgadóttir Joensen & Katrin D. Apol PERMUMYND Hjalmar D. Apol MYNDIR Katrin D. Apol Halla Nolsøe Poulsen Bjørg Dam Annika H. Joensen og onnur

tlf. 33 23 15 87 hevur stuðlað útgávuni av Pisuni

skal endamálið tó vera til frama fyri tey lesandi. Eisini er tað ein treyt, at ein ráðslimur skal vera formaður í hvørjari nevnd og sostatt standa til svars fyri restini av ráðnum viðvíkjandi arbeiðinum í einstøku nevndunum. Allir limir felagsins eru sjálvsagt vælkomnir at luttaka í nevndararbeiðinum, eins og teir eru vælkomnir at stilla upp til ráðsval, ið fer fram á ársaðalfundi felagsins í februar. Í løtuni eru hesar nevndir virknar: GÚ-nevndin, Blaðnevndin, KT-nevndin, Marknaðarføringsnevndin, Trivnaðarnevndin og Århus-nevndin. Limir Allir føroyingar, ið eru undir hægri útbúgving uttanlands ella í Føroyum kunnu verða limir í MFS. Har umframt kunnu føroyingar, sum eru í læru uttanlands eisini gerast limir. Tú verður roknaður sum føroyingur, um tú hevur búð minst fýra ár í Føroyum. Flestu limirnir í MFS eru búsitandi í Danmark, men samstundis sum talið á teimum, sum leita sær útum ríkisfelagsskapin at nema sær útbúgving, økist, so ber til at finna alt fleiri MFSlimir víða kring heimin. Virki felagsins Tvær skrivstovur eru undir MFS, har limir og onnur kunnu fáa vegleiðing og ráð viðvíkjandi ymsum viðurskiftum í samband við lestur. Skrivstovurnar halda til í ávíkavist Føroyahúsinum í Keypmannahavn og í Áarstovu í Århus og hava fastar upplatingartíðir hvørja viku. Sum limur í MFS fært tú ymsar beinleiðis fíggjarligar ágóðar so sum árskalendara, ISICkort, limablaðið Fjølnir, avsláttur uppá hald av føroysku online-avísunum, avsláttur til tiltøk undir MFS o.m.a. Stór mál Umframt hesar meira sjónligu tænasturnar arbeiðir MFS við ymsum studentapolitiskum málum. Nøkur av teim málunum, MFS gjøgnum árini hevur virkað fyri, eru mál, sum í dag verða mett sum sjálvsøgd rættindi hjá teim lesandi. Nevnast kunnu valrætturin til løgtingsval og árliga ferðaískoytið frá Stuðulsstovninum. Valrætturin til løgtingsval tryggjar lesandi útisetum rættin til at greiða atkvøðu til løgtingsval, hóast teir eru fyribils búsitandi uttanlands. Ferðaískoytið stóð ovast á dagskránni hjá felagnum fyrst í 90-árunum, og eftir at málið varð endaliga samtykt av myndugleikunum, fáa lesandi útisetar nú eitt peningaligt ískoyti, soleiðis at tey kunnu keypa sær ferðaseðil heim til Føroya á hvørjum ári.

Fyrimunir við limaskapi MFS tryggjar eisini limum sínum ungdómsavsláttur til ferðaseðlar til og úr Føroyum, eisini eftir at fólk eru vorðin 26 ár og tískil ikki hava rætt til sonevndan ungdómsavsláttur. Umframt vanligu rekvisi­­ tiónirnar kunnu allir MFS-limir fáa eitt sonevnt ISIC-kort. Hetta kortið er tað sama, sum verður selt av ferðamannastovuni "Kilroy", og kortið gevur avsláttur til m.a. innanoyggja ferðing í Før ­oyum og altjóða studenta­avsláttur. Fyri nøkrum árum síðani setti MFS eitt uppgávu­ savn á stovn. Savnið fevnir bæði um høvuðsuppgávur og aðrar uppgávur um føroysk viðurskifti. Uppgávusavnið er partur av bókasavninum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Savnið telur uml. 100 uppgávur og til ber at læna tilfar úr savninum. GFSL er stytting fyri Grunnurin Fyri Styttri Lestrarferðir, og er talan um ein grunn undir MFS. Endamálið við grunninum er at stuðla ferðing í samband við innsavnan av tilfari til uppgávur, ið snúgva seg um føroysk viðurskifti. Tað merkir við øðrum orðum, at MFS-limir kunnu fáa ískoyti til lestrartýðandi ferðing frá MFS. MFS skipar javnan fyri bæði sosialum tiltøkum so sum dansi, kafékvøldum og veitslum umframt meira fakligu tiltøkini sum kjakfundir, fyrilestrar o.s.fr. Til hesi tiltøk fáa limirnir stóran avsláttur. Kunning og kjak Um summarið verður á hvørjum ári skipað fyri sonevndari lestrarstevnu, sum tekur ymisk lestrartengd evni upp. Seinastu árini hava evnini m.a. verið útbúgvingarpolitikkurin í Føroyum og fyrimunir og vansar við ES-limaskapi fyri smátjóðir. Í fjør var skráin meira blandað, og e.n. barnaansingarmálið, gransking í Føroyum og “vegleiðing um størv og yrkisleiðir” vórðu tikin upp. Endamálið við lestrarstevnuni er at birta uppundir kjak í føroyska samfelagnum, sum á ymsan hátt eru knýtt at teim lesandi. Eitt av høvuðsøkjunum hjá MFS sum felagsskapi er eisini at vegleiða komandi lesandi, og verður stórur dentur lagdur í hetta arbeiðið. Í hesum arbeiðinum liggur m.a. lestrarkunning á øllum miðnámsskúlunum í Føroyum, har umboð fyri MFS greiða frá ymsum viðkomandi viðurskiftum. Eisini verður á hvørjum ári skipað fyri sonevndum pisudøgum bæði í Føroyum og í Danmark, sum skulu hjálpa nýggjum lesandi í gongd við lesturin á ymsan hátt. Umframt hetta er blaðið Pisan, sum tú situr við í hondunum, har fokus eisini verður sett á lestrarviðurskifti serliga uttanlands. Katrin D. Apol

Tey, ið manna MFS-ráðið, eru:

2

Pisan 2004

Katrin D. Apol, formaður Helena D. Højgaard, næstform. Dann Jacobsen, kassameistari Nina Alberg Arge, skrivari

Absalon Eysturoy Anna Rein Annika H. Joensen Jákup Sverri Kass

Jóhan Pauli Helgason Margretha Petersen Petur Martin Hansen Pisan 2004 Rúnar Reistrup

75


MFS er felag teirra føroysku lesandi uttanlands og á Fróðskapar-setrinum. Síðani 1962 hevur felagið virkað fyri at betra umstøðurnar hjá hesum samfelagsbólki og virka fyri áhugamálum teirra.

Hugurin drívur verkið Arbeiðið í einum felagsskapi sum MFS byggir fyrst og fremst á idealismu. Eina idealismu um, at tað ber til at betra um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi úti og heima. Og tað ber til! Um tað tó skal sigast, sum tað er, so er tað hugurin, ið drívur verkið, tí arbeiðið í MFS er sjálvboðið og í størstan mun ólønt. Hóast studentapolitiskt arbeiði aloftast er drúgt og kann tykjast sum ein endaleys skáksigling milum fyrisitingarligu myndugleikarnar, so er arbeiðið í MFS-ráðnum persónliga rættiliga mennandi og gleðin ovurhonds stór, tá tú sært, at stríðið ber ávøkst! Endamálið Í lógini hjá felagnum stendur í kap. I, § 2: “Endamál felagsins er at skipa allar føroyingar, ið eru undir hægri útbúgving bæði uttanlands og í Føroyum og føroyingar, ið eru í læru uttanlands, í ein felagsskap og røkja áhugamál teirra”. MFS er sambindingarliður ella samráðingarumboð teirra lesandi mótvegis

74

Pisan 2004

føroysku myndugleikunum. Í meira enn 40 ár hevur felagið rikið ein miðvísan studentapolitik, sum bæði hevur snúð seg um reint politisk mál og praktiskar limatænastur. Bygnaðurin MFS er ein sonevndur “paraplyfelagsskapur” undir LFÚ, men er sum so ikki knýttur at honum. Felagið er á føroysku fíggjarlógini og fær eina árliga játtan á 200.000 kr. Hægsti myndugleiki er ráðið, sum er sett saman av upp til 11 ráðslimum. Ráðið er, eins og onnur líknandi feløg, skipað við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Ráðið virkar sum savningardepil fyri tí arbeiði, ið fer fram í undirnevndunum. Ein ráðsfundur verður hildin um mánaðin, har uppskot og arbeiði hjá nevndunum verða viðgjørd. Nevndirnar Sum so er einki til hindurs fyri at seta á stovn eina og hvørja nevnd undir ráðnum. Sjálvsagt

Innihald 1 - Lestrarvalið Pisan 2004 Á lívsins vegamóti Í iva Hvørjum hevur tú áhuga fyri? At velja rætt fyrstu ferð Trupla lestrarvalið ”Ein stutt, ein long...” At byrja á hægri lærustovni Týdningurin av lestrarhættum

4 6 8 10 12 14 17 18 20

2 - Praktisk, fíggjarlig og sosial viðurskifti Minst til flytifuglur Íbúðarviðurskifti Lestrartíðin — besta tíð í lívinum Pasta og ketsjupp — ein myta? Lesandi við børnum Familju– og lestrarlív Stuðulsstovnurin Málsligt undantaksloyvi Vegleiðing um SU Arbeiði og SU Føroyafrádráttur Full skattskylda í Føroyum Ráðgevingin fyri føroyingar

22 24 27 28 30 31 33 36 37 40 41 42 43

3 - Lívið sum lesandi Tú—og hini Lesibólkar Fróðskaparsetrið— ein føroyskur møguleiki At vera lesandi í Danmark Herskylda FAME — I´m gonna live forever Hví útbúgva seg uttan fyri Danmark? At lesa í Svøríki Reykjavík — mentanarháborg Íslands London — kaos í kosmos Ein øðrvísi lestrarleið USA sum lestrarland Lesandi í pastalandinum

44 46 48 51 54 55 57 58 60 62 64 66 68

4 - Hentar upplýsingar Leinkjur til lærustovnar Leinkjur til bústaðarávísing Bókalisti — bøkur um útbúgving Lestrarvegleiðingar í Føroyum Hentar heimasíður Føroysk feløg uttanlands Hugurin drívur verkið

69 69 70 71 71 72 74

Pisan 2004

3


Pisan 2004

Sum undanfarin ár er ársins útgáva av Pisuni ætlað tykkum, ið hava ætlanir um at útbúgva tykkum víðari – bæði tykkum, ið júst hava fingið miðnámsprógvið, og tykkum, ið hava valt at arbeiða, ferðast e.a., áðrenn endalig støða verður tikin til útbúgvingarvalið. Tilfarið í Pisuni er innsavnað, við tí fyri eygað at upplýsa og vegleiða um viðurskfti, ið viðvíkja hægri lesnaði sum heild. Felags fyri tykkum, ið ætla tykkum undir hægri lesnað, er ivaleyst ein óvissa um útbúgvingarleiðina og framtíðina. Støða skal takast til, hvørt tú ætlar at lesa í Føroyum, Danmark ella aðrastaðni, hvør útbúgvingin skal verða, nær tú ætlar at fara í gongd, og hetta kann valda nógv høvuðbrýggj. Sum tað verður nevnt fleiristaðni í blaðnum, er altíð eitt gott hugskot at umhugsa gjølla, hvør útbúgvingarleiðin skal vera, og at fyrireika seg sum best, áðrenn farið verður undir útbúgvingina – hetta tí at fyrsta tíðin kann vera

4

Pisan 2004

eitt sindur trupul, serliga um farið verður út um landoddarnar, har tú kanska fyri fyrstu ferð skalt standa á egnum beinum. Fyrsti partur av blaðnum snýr seg um sjálvt lestrarvalið, og hvussu funnið verður fram til tann lesnað, ið er hóskandi fyri júst teg. Annar partur av blaðnum snýr seg um praktisk, sosial og fíggjarlig viðurskifti. Hesi viðurskifti eru ógvuliga ymisk frá landi til land, og frá býi til bý, men her hava vit roynt at gjørt eitt yvirlit yvir tað týdningarmiklasta, ið hugsast

Pisan 2004

73


Føroysk feløg uttanlands Føroyingafeløg Føroyingafelagið á Bornholm v/ Tordis Johannessen tlf. 56 97 00 43 Føroyingafelagið í Esbjerg v/ Oddvør Danielsen Danmarksgade 25, Over Gården Føroyingafelagið í Fredrikshavn v/ Ellu Niclasen Markedsvej 19 9900 Fredrikshavn Føroyingafelagið í Hirthals v/ Fridtjolf Torgarð Føroyingafelagið í Horsens v/ Ester Joensen tlf. 75 60 10 52 Føroyskt felag í Hvidovre Norgesmindevej 2, st. th. 2900 Hellerup Føroyingafelagið í Keypmannahavn v/ Tóru Dahl Sandberg tlf. 32 29 74 23

Vestursælandi v/ Ragnhild Sørensen tlf. 57 83 31 96 Føroyingafelagið í Aarhus v/ Marju L. Gjógvará tlf. 61 67 74 81 Meginfelag fyri Føroysk feløg í Danmark. (MFD) v/Elinborg Joensen tlf. 44 97 04 09 Føroyingafelagið Tjaldrið v/ Gert Róðá Solbakken 44 Toksværd 4684 Holme Olstrup Føroyingafelagið í Reykjavík Box 4065 IS-124 Reykjavík Ísland Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg tlf. 98 18 21 95 Føroyskt Felag í Ballerup v/ Elinborg Joensen Tåregårdsvej 29 2750 Ballerup

Føroyingafelagið á Lollandi og Falster Føroyingafelagið í Nuuk Mellemvang 2 tlf./fax 21067 4990 Sakskøbing Føroyingafelagið í Føroyingafelagið fyri Bretlandi-Farbrit Miðvestjylllandi V/Poul Andrias Mikladal v/ Poul Poulsen tlf/fax: 01847 896 699 Højrisvej 1, Asp T-rit: farbrit@aol.com 7600 Struer Onnur feløg Føroyingafelagið í Odense v/ Aref Olsen B – 94 tlf. 66 15 82 89 v/ Jóhannis H. Glerfoss 6700 Esbjerg Føroyingafelagið í tlf. 75 13 45 31 Suðurjútlandi v/ Ednu Poulsen Føroyska Viðskiftastovan tlf. 74 66 66 65 Strandgade 91, 4. hædd 1401 København K Føroyingafelagið á tlf. 32 83 37 70 Suðursælandi v/ Ruth Larsen Føroyska Listafelagið í tlf. 53 38 24 74 Danmark v/ Anniku Brimheim Føroyingafelagið í tlf. 39 27 87 24 Svendborg v/ Gullborg Simonsen Húsakórið tlf. 62 20 90 95 v/ Astrid Viderø Føroyskt Felag á tlf. 39 69 30 96

72

Pisan 2004

Ítróttarfelagið Føroyar www.fotboltur.dk

v/ Elin Hentze tlf. 32 68 01 42

Nærvarp Okkara Vesterbrogade 17A 1620 København V tlf. 33 22 84 01 www.narvarp.dk narvarp@hotmail.com

Aðrar adressur

Áhugafelagið ”Neystið” v/ Sylviu Levinsohn 2610 Rødovre tlf. 36 70 94 23 Dansifelagið Fótatraðk v/ Paula Højgaard Dansað verður annaðhvørt sunnukvøld kl. 19.30 í Føroyahúsinum, Kbh. Talvfelagið v/ Arild Rimestad tlf. 40 63 27 25 Hittast hvørt mánakvøld kl 19.00 í Føroyahúsinum Kvinnufelagið v/ Christin Plate tlf. 45 81 00 49 Lestrarfelagsskapir MFS—Meginfelag Føroyskra Studenta tlf. 33 25 02 10 www.mfs.fo Arkitektur– og desingfelagið v/ Annie Heinesen tlf. 32 88 83 59 FFL—Felag Føroyskra Læknalesandi v/ Steen NepperChristensen tlf. 36 41 31 49 Jurafelagið v/ Jóannes B. Danielsen fo_jura@hotmail.com Stjørnmálafrøðiðslesandi v/ Hallu Nolsøe Poulsen tlf. 28 18 77 96 VÁS—Verkfrøðingar á Slættanum v/ Torleif Waagstein tlf. 77 42 65 11 Rásin - felag hjá fø. á Film - og Medievidenskab

Føroyahúsið Vesterbrogade 17A 1620 København V tlf. 33 23 15 87 Opið er allar dagar kl. 14.00-19.00 leygardag og sunnudag er stongt. Áarstova Vestergade 48D 8000 Århus C tlf. 86 18 06 04 Opið er: Mán.- hós. kl. 16.00-18.00 Fríggjadagsbarr kl. 21-03

skal um, um tú velur at flyta av landinum, m.a. í sambandi við studning og arbeiði sum lesandi. Í triðja parti hava vit lagt dentin á at greiða frá, hvussu tað er at vera lesandi í ymsu londunum. Vit hava fingið frágreiðingar frá føroyskum lesandi, ið hava verið og eru stødd ymsastaðni í heiminum, sum greiða frá teirra persónligu upplivingum í ávísa landinum. Umframt føroyskar, danskar og norðurlendskar frágreiðingar, verður eisini greitt frá italienskum og enskum lestrarlívi. Í fjórða og síðsta partinum av Pisuni 2004 hava vit gjørt eitt yvirlit yvir hentar upplýsingar, m.a. um lærustovnar og

bústaðarávísíngar ymsastaðni í heiminum. Vónandi fer Pisan at vera tær hent, nú tú fert undir at leggja framtíðar lesiætlanir. Nýt blaðið at sláa upp í, um ivamál stinga seg upp í samband við lesnaðin - hvørt tað snýr seg um fíggjarlig, sosial, praktisk ella onnur viðurskifti. Um tú hevur spurningar, ið tú ikki heldur, at Pisan viðger, ert tú sjálvandi vælkomin at seta teg í samband við MFS. MFS er felag teirra føroysku lesandi uttanlands og á Fróðskaparsetrinum og er mannað av ráðslimum, ið øll hava verið í júst som støðu, sum tú ert í nú. Annika Helgadóttir Joensen

Prestur Føroyskur prestur er at hitta mánadag-hósdag kl. 09.00-10.00. tlf. 31 10 81 31 Føroyski skúlin í Keypmannahavn v/ Virgar T. Dalsgaard tlf. 56 38 17 57 Hvønn fríggjadag kl. 16 í Føroyahúsinum Andaligir felagsskapir Samuelskirkjan Thorsgade 65, Kbh. tlf. 31 85 27 24 Kirkjugongd er hvønn fyrsta og triða sunnudag í mánaðinum, kl. 14.00 Eliaskirkjubólkurin v/ Atla Rasmussen tlf. 32 96 99 95 www.eliaskirkjan.dk Kristnastova v/ Øssur Berghamar tlf. 31 55 18 09 Birmavej 36, 2300 Kbh.S Vitin Haurumsvej 35, st. th. 8381 Mundelstrup tlf. 86 24 77 73 Skýlið v/ Jancy Biskupstø Klein 5260 Odense S tlf. 65 95 88 70

Pisan 2004

5


Á lívsins vegamóti

Studentaskúlin og HFskeiðið í Hoydølum Lestrarvegleiðarar: Inger Flø Jørgensen, Bjørg Róin, Elisabeth Holm og Kaj Alstrup. studentar : tlf. 31 46 09 HF-arar : tlf. 31 86 09 Opið: Mánadag-hósdag: kl. 12.30 - 15.20 www.hoydalar.fo

Fyri nýklaktu pisuna – ella fyri pisuna, ið hevur verið klakt í nøkur ár – kann valið av røttu útbúgvingini tykjast sum ein heldur stórur biti at gloypa.

Tey

flestu

hava

Studentaskúlin og HFskeiðið á Kambsdali Lestrarvegleiðarar: Turid Thomsen og Óli Wolles tlf. 44 40 24 Opið: Mánadag: kl. 08:5511:25 Týsdag og mikudag: kl. 08:55-13:30 Fríggjadag: kl. 09:5011:25 www.shey.olivant.fo

gingið í skúla bróðurpartin av lívinum, og tí er hugurin kanska ikki so stórur at fara beint í gongd eftir lokna miðnámsútbúgving. Men tað er aldrin ov tíðliga at byrja at

hugsa

um

Lestrarvegleiðingar í Føroyum

Tekniski Skúlin í Tórshavn Lestarvegleiðarar: Lis Helgadóttir Tlf. 31 19 57 (umstilling til

framtíðina,

hóast tú ikki heilt veitst, hvat tú hevur hug til.

lestrarvegleiðing) Opið: Týsdag: kl. 08:10-11:30 Hósdag: kl. 12:10-15:25 www.tst.fo Klaksvíkar HF-Skeið Lestrarvegleiðari: Kári Purkhús tlf. 45 64 12 (umstilling til lestrarvegleiðing) Opið: Týsdag: kl. 09.45 11.45 Hósdag: kl.14.00 – 15.00 Fríggjadag.: kl. 08.4510.45 Tekniski Skúlin í Klaksvík Lestrarvegleiðari: Eyðgunn Samuelsen tlf. 45 63 11 *28 http://tsk.fo Miðnámsútbúgvingin í Suðuroy Lestrarvegleiðari: Niels M. Jakobsen tlf. 37 40 11 Opið: Mánadag: kl. 12:1013:00

Týsdag: kl. 13.00 14.00 Mikudag: kl. 12:3513:30 Fríggjadag: kl. 12.1013.00 ella eftir avtalu www.midnam.fo Handilsskúlin á Kambsdali Lestrarvegleiðarar: Maria Gregersen og Karl A. Olsen Tlf. 44 49 00 (umstilling til lestrarvegleiðing) www.fh.fo Føroya Handilsskúli, Tórshavn Lestrarvegleiðarar: Mina Reinert og Birgir Mortensen tlf. 31 71 41 * 22 Opið: Mánadag: kl. 12:1013:45 Týsdag: kl. 12.10-14.35 Mikudag: kl. 12:1012:55 og 13:50-14:35 Hósdag: kl. 10:50-14:35 Fríggjadag: kl. 10.0011.35 www.fh.fo

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna Lestrarvegleiðari: Ingunn W. Olsen tlf. 42 45 73 (umstilling til lestrarvegleiðing) www.fiskvest.fo LFÚ-Ráðgevingin, Tinghúsvegur 18, 3.hædd, Tórshavn Lestrarvegleiðarar: Inger Flø Jørgensen og Bjørg Róin. tlf. 31 50 15 Opið: Týsdag og hósdag: kl. 16.00 - 18.00 www.lfu.fo Altjóða Skrivstovan J.C.Svabosgøta 14 postboks 272 110 Tórshavn tlf. 32 20 65 fax 35 25 01 ask@ask.fo www.ask.fo

Hentar heimasíður Stuðul At tosa um røttu útbúgvingina er kanska at taka munnin ov fullan, tí hvør veit at siga, um júst mítt val verður rætt? Ein vil helst velja rætt fyrstu ferð, tí útbúgvingin kemur at hava stóra ávirkan á framtíðina. Valda yrkisleiðin fer í flestu førum at tryggja tær til lívsins uppihald, tá ið tú er kemur út á arbeiðsmarknaðinum eftir ein aloftast drúgvan lesnað. Tey lesandi—íløga ella útreiðsla? Samfelagið ídag leggur serliga stóran dent á vælútbúnað arbeiðsmegi, og ein góð

6

Pisan 2004

útbúgvingin er vorðin neyðug, um ein á bestan hátt vil fella inn í samfelagið, innan sum uttan fyri danska ríkið. Ein hægri útbúgving er virðismett millum arbeiðsgevarar, og tað skal hon so sanniliga eisini vera. Tey ungu eru ágrýtnari enn nakrantíð og eru ógvuliga málrættað, hvørjum útbúgving viðvíkur, og tey ungu lesandi eiga eisini at vera mett sum samfelagsins íløga til varðveitingina av framtíðar vælferð og øllum tí, ið til hoyrir. Landið gjaldar fyri okkara útbúgving - um so ”lønin” er lág í mun til arbeiðsbyrðuna – til

ÚS (Føroyar) www.studul.fo SU (Danmark) www.su.dk Lånekassen (Noreg) www.lanekassen.no CSN (Svøríki) www.csn.se Lín (Ísland) www.itn.is/lin FPA (Finnland) www.kela.fi/ opintotuki SUNNGU (Grønland) www.ghsdk.dk

Lestrarstyrkir Granskingarráðið www.gransking.fo ASK www.ask.fo/grunnar.html

Legat-Info www.legat-info.dk Legatregisteret www.legatregistret.dk Sol http://legater.sol.dk Studerende Online www.so.dk/legat Semikolon www.semikolon.dk

Lestrarvegleiðng www.ivuc.dk www.studietræf.dk Odense www.odense.dk/filer/ studiegu/index.html Fyn www.vfu.dk Hvad kan jeg blive www.n.dk/uddannelse Sønderjylland

www.vejledning.dk Uddannelses– og Erhversvalget www.r-u-e.dk Handicappede studerende & kandidater www.dorit.ihi.ku.dk/~hsk/ Altjóða Skrivstovan www.ask.fo

Kommunur www.netborger.dk

Pisan 2004

71


Bókalisti – bøkur um útbúgving Um útbúgvingar í Danmark

Um útbúgvingar uttan fyri Danmark

DUEL: Dansk uddannelses og erhvervsleksikon 2004 3 bind Útgivin av RUE– Rådet for Uddannelses- og Erhvervsvejledning. DUEL hevur greinar um arbeiði og útbúgvingar í Danmark og uttanlands m.a. um au-pair og kibbutz. Bind 1-2 snúgva seg um donsk viðurskifti: kr. 580 (+ moms) Bind 3 snýr seg um útlendsk viðurskifti: kr. 172 (+ moms)

Job, rejse og uddannelse i udlandet av Dorte Klingelhofer og Per Billesøe. 176 síður. Kostnaður kr. 128 (inkl. moms) Útgivin av Billesøe og Baltzer, 1996.

Erhvervsnøglen 2003 Útgivin av Aschehoug. 194 síður. Kostnaður kr. 287,50 Bókin viðger nógvar útbúgvingar og ymisk lestrarviðurskifti.

Rejsebogen 2004 Arbeiðs-, lestrar- og uppihaldsmøguleikar í útlandinum. Georg Harmsen. 448 síður. Kostnaður kr. 220. Útgivin av Forlaget Nuna, 2004. Sí eisini www.rejsebogen.dk Directory of higher education institutions in the European Community. 2. útgáva, 1993. 576 síður. Bókin hevur upplýsingar um meiri enn 4000 skúlar í ES. Um SU

Hvad kan jeg blive 2004 24. útgáva. Útgivin av Politikens Forlag. 944 síður. Kostnaður 369 kr. Hetta verk er sera hent og hevur yvir 1.000 útbúgvingar og arbeiði. Viðger eisini uppbygnaðin av donsku útbúgvingarskipanini og gevur góð ráð um fíggjarlig viðurskifti undir lesnaðinum.

SU-loven med kommentarer Útgivin av Jurist– og Økonomforbundet. Lone Basse, Gerd Kelstrup Hansen og Pernille P. Preisler. 271 síður. Kostnaður kr. 720 Um lestrarstyrkir

Karriere vejviser 2004 Útgivin av MoveOn! A/S 336 síður. Kostnaður kr. 98 Ein bók um lestrar- og útbúgvingarvalið. Sí eisini www.karrierevejviser.dk Uddannelsnøglen 2003 Útgivin av Aschehoug. 272 síður. Kostnaður kr. 287,50 Uddannelses– og Erhvervsvalget 2003-2004 38. útgáva 244 síður. Kostnaður kr. 32 (+ moms) Útgivin av RUE – Rådet for Uddannelses– og Erhvervsvejleding, 2003. Netútgáva: www.r-u-e.sk/u-og-e/ Ungdomsuddannelser ’03 – liste over alle ungdomsuddannelser i Danmark. 256 síður. Kostnaður kr. 280 Útgivin av Forlaget Ole Camåe.

70

Pisan 2004

Legat Håndbogen med kollegier for alle udannelssøgende. 15. útgáva. Útgivin av Billesøe & Baltzer, 2003. 256 síður. Kostnaður kr. 174. Kraks Fonds– og Legatvejviser 2002/2003 Yvirlit yvir 8.400 grunnar og lestrarstyrkir. Útgivin av Kraks Forlag. 816 síður. Kostnaður kr. 870

tess at vit eftir lokna lestrartíð væl brynjað kunnu fara út á landsins arbeiðsmarknað og tryggja landsins framtíð. Hóast hetta – fyri okkum heldur einfalda og greiða faldistykkið, so tykist virðingin fyri okkum lesandi ikki altíð at vera á tí støði, sum vit áttu at kravt. Mangan verða vit av samfelagnum mett sum ein byrða og sum ein útreiðsla, og hetta er at gera okkum órætt – vit eru ein íløga og ikki ein útreiðsla. Hugurin drívur verkið Nýklaktu pisurnar hava kanska ikki heilt hugin longu nú at seta seg niður og hugsa um framtíðina – tá ið prógvið er komið í hús, eru dagarnir merktir av veitslum og einum stórum lætta, at próvtøkurnar eru lidnar. Tey flestu hava gingið í skúla í 13 fylgjandi ár og hava nú hug til at halda frí og at sleppa út í verðina at hyggja seg um, langt burtur frá føroyskum stílum, evnafrøðiligum bindingum og týskum bendingum. Onnur hava hug til at fara beinleiðis av landinum í útbúgvingarørindum, meðan uppaftur onnur hava hug til at vera heima á klettunum og nema sær útbúgving ella arbeiða. Tað er ymiskt, hvussu fólk og eisini pisur eru hugaðar, men tað er aldrin ov tíðliga at byrja at hugsa um framtíðina. Eingin sigur, at tað skal avgerast her og nú, men ein gott ráð er, at ein tekur sær nakrar tímar burtur úr einum degi og spakuliga roynir at beina hugsanirnar á framtíðina og framtíðarætlanir. Hvussu er hugurin at fara undir hægri lestur? Skal tað vera ein stutt, miðallong ella long útbúgving? Er tað eitt serligt øki, ið eg havi áhuga fyri? Hvørji viðurskifti skulu vera í lagi, áðrenn eg byrji á møguligum lærustovni? Eru eyka próvtøkur ella arbeiðsroyndir kravdar, fyri at sleppa inn? Hugsa teg um longu nú

Vejviser til legater og fonde 2004. 10. útgáva. Per Billesøe og Berit Jylling. Útgivin av Billesøe & Baltzer. 648 síður. Kostnaður kr. 845.

Um tú tíðliga ger tær hesar hugsanir, og serliga um tú finnur útav, at tú ikki hevur kravda miðaltalið at sleppa inn á ynsktu útbúgvingina, so er umráðandi, at frítíðin verður nýtt á bestan hátt. Tørvar tær eyka stig at sleppa inn á dreyma-útbúgvingina, so er vert at leggja næsta árið ella tvey soleiðis til rættis, at tú samlar tær neyðugu stigini at

sleppa inn, t.d. við at ferðast, fara á háskúla ella á kibbutz. Kunna teg um krøvini á útbúgvingarstaðnum, soleiðis at tú hevur møguleika at sleppa inn, tá ið útferðarhugurin er mettaður. Um tú ikki heilt veitst, hvat tú kundi hugsað tær av útbúgving, er eitt gott ráð at royna teg í ymsum arbeiðsumhvørvum, soleiðis at tú kanska kanst útiloka nøkur øki ella finna dreymaútbúgvingina. Út í víðu verð Um tú ætlar tær at lesa uttan fyri danska kongaríkið, kann umsóknartíðin gerast drúgvari enn í Føroyum ella í Danmark. Ymisk skjøl skulu fáast til vega, umframt at avgreiðslutíðin aloftast gerst eitt sindur longri í mun til útbúgvingar innan ríkisfelagsskapin. Tíbetur eru møguleikarnir hjá okkum føroyingum alsamt batnaðir, tá talan er um at nema sær útbúgving uttan fyri Danmark. Hetta sæst eisini aftur í hagtølunum, tí hvørt ár veksur talið á føroyingum, ið leita sær longri út um landoddarnar enn til Danmarkar. Góðu møguleikarnir fyri fíggjarligum stuðuli ger, at dyrnar til útheimin opnast, og er hetta ein sera týdningarmikil liður í útbúgvingini av okkum ungu. Tað ger, at sjónarringurin víðkast, umframt at upplivilsi av fleiri mentanum einans kann gerast ein styrki seinni í lívinum. Lestrartíðin—besta tíðin! Lestrartíðin er besta tíðin í lívinum, so gleðið tykkum til at byrja uppá næsta kappittul. Hugsið tykkum væl um, áðrenn tit gera av, hvør útbúgvingin og yrkisleiðin verður, og minnist til, at útbúgvingin gevur okkum avgerandi fakliga førningin í lívinum, umframt í stóran mun at menna okkum og styrkja okkum til lívsins avbjóðingar. Annika Helgadóttir Joensen

Pisan 2004

7


Í iva

Leinkjur til lærustovnar

Kanska ert tú ein teirra, ið longu frá barnsbeini hevur vitað, hvat tú skuldi verða, ”tá tú bleivst stór/ur”. So ert tú heppin, tí mong eru tey, ið sita líka til umsóknarfreistin er um at vera úti og grópa í tonkunum, meðan tey bíða eftir, at rætta valið skal renna fram fyri tey. Her er eitt uppskot til tín, sum ert í iva, men eisini til tín, sum longu heldur teg vita, hvør útbúgvingin skal vera. Týdningarmikið er nevniliga at seta seg væl inn í, hvat ymsu útbúgvingarnar innibera.

1

Púrasta á berum Tú hevur ikki ánilsi fyri, hvat tú skalt velja, og veitst ikki um tað skal verða fuglur ella fiskur! Fyrsta stigið kann tá vera at tú gert tær greitt, hvat tú í hvussu so er ikki hevur hug til. So er gongd komin á. Kanska veitst tú longu, hvar í heiminum tú kundi hugsað tær at lisið. Brúka tá alnótuna ella læn bøkur á bókasavninum um útbúgvingar og útbúgvingarskipanir í ymsu londunum. Um tú ikki veitst, hvar útbúgvingin skal takast, er best at lesa breitt og seta sær nógva tíð av til kanningararbeiði – tað er jú eitt rættiliga týdningarmikið val, ið tú stendur yvirav. Minst til, at avgerðin er tín! Sjálvt um mamma tín kanska fegin vildi sæð teg sum lækna, so er tað tú, ið skalt liva við valinum.

Føroyar

Ísland

Lesandi.fo — www.lesandi.fo Heimasíða fyri lesandi á miðnámsskúlunum í Føroyum, m.a. við hentum upplýsingum um hægri lesnað í Føroyum.

Félagsstofnun Stúdenta — www.fs.is Heimasíða við leinkjum til hægri lærustovnar í Íslandi.

Danmark Undervisningsministeriet — www.uvm.dk Henda heimasíða hevur yvirlit yvir allar útbúgvingar og útbúgvingarstovnar í Danmark. Møguleiki er fyri at leita eftir útbúgvingarslagi, útbúgvinarstovni ella eftir útbúgvingarstaði. Svøríki Studentguiden — www.studentguiden.com Hent heimasíða hjá teimum, ið ætla sær til Svøríkis at lesa. Noreg Utdanning.no — www.utdanning.no Yvirlit yvir fleiri hægri útbúgvingarstøð í Noregi.

2

Les breitt Kundi tú hugsað tær eina langa útbúgving ella eina stutta, eina teoretiska ella møguliga heldur eina meira praktiska... Gott er at hugsa breitt, so ger tær greitt, hvørt tað er náttúruvísund, mál ella møguliga samfelagsviðuskifti, ið hava tín størsta áhuga. Les um allar útbúgvingar undir tínum áhugaøki, soleiðis at tú ikki av óvart vrakar eina útbúgving, tú ikki kennir. Lestrarvegleiðingar eru á øllum miðnámsskúlunum í landinum, umframt hjá LFÚ og á Altjóða Skrivstovuni. Leita tær hjálp hjá teimum, tey kunnu beina teg inn á eina kós, geva tær góð ráð og møguliga hjálpa tær at velja eini 8-10 útbúgvingar burtur úr rúgvuni.

3

Bústaðarviðurskiftini eru ymisk frá landi til land, og millum fleiri aðrar geva hesar heimasíður eitt yvirlit yvir bústaðarmøguleikarnar í ymsu londunum. Danmark Ungdomsboliger — www.ungdomsboliger.dk

Noreg Student — www.student.no (nýt leitorðið ”bolig”) Utdanning — www.utdanning.no (nýt leitorðið ”bolig”) Ísland Stúdentagarðar — www.studenthousing.is Félagsstofnun Stúdenta — www.fs.is Stóra Bretland London Conference on Overseas Students —

8

Pisan 2004

Education UK — ww.educationuk.org Heimasíða, ið serliga er ætlað altjóða lesandi, ið kundu hugsað sær at farið undir hægri lesnað í Stóra Bretlandi — við leinkjum til bretskar lærustovnar. Evropa Ploteus — http://europa.eu.int/ploteus Umfatandi heimasíða við upplýsingum um útbúgvingarmøguleikar í evropeisku londunum. Kring allan heim Braintrack—www.braintrack.com Fleiri enn 7.400 leinkjur til hægri lærustovnar í 192 londum.

Leinkjur til bústaðarávísing

Svøríki Studentguiden — www.studentguiden.com Bostad Direkt — www.bostaddirekt.com Kanna einstakar útbúgvingar Les meira gjølla um tær 8-10 útbúgvingarnar, sum nú eru eftir. Leita á heimasíðuni hjá útbúgvingarstovnum og finn fram til, hvussu útbúgvingarnar eru skipaðar. Nakrar útbúgvingar eru uppbygdar á tann hátt, at tann lesandi í stóran mun sjálvur velur lærugreinar og skeið. Eisini ber til at lesa meira enn eitt fak á ávísum lærustovnum, soleiðis at talan kann vera um høvuðsfak og síðufak. Aðrastaðni er útbúgvingin meira fastløgd frá byrjan og tú lesur bert eitt fak. Ger tær greitt, um undirvísingin fer fram sum fyrilestrar, floksundirvísing ella mesti denturin verður lagdur á bólkaarbeiði.

Stóra Bretland

www.lcos.org.uk Housingnet — www.housingnet.co.uk London Home Net — www.londonhomenet.com Student Accomodation — www.Studentaccommodation.com Student UK — www.StudentUK.com Support for learning — www.support4learning.org.uk/community/acc omm.html Írland Education Ireland — www.educationireland.ie Týskland Deutsches Studentenwerk — www.studentenwerke.de USA USA Study Guide — www.usastudyguide.com Kundi tú hugsað tær at fingið upplýsningar um bústaðarviðurskifti í øðrum londum? So kanst tú venda tær til MFS www.mfs.fo ella til Altjóða Skrivstovuna www.ask.fo

Pisan 2004

69


Lesandi í pastalandinum Rúnar Reistrup hevur lisið “Informationsvidenskab” í Århus í trý ár. Í fjør tók hann eitt ár av kandidatútbúgving síni í italienska býnum Siena. Her greiðir hann frá, hvussu tað spældi av. Katrin

Hví velur man at fara til júst Italia at lesa? Tað dugi eg ikki at svara uppá, annað enn at í mínum føri var orsøkin forelskilsi. Ikki at eg hevði funnið mær eitt italienskt sprund, sum eg fór niður til. Eg tosi ikki um tað slagið av forelskilsi, men forelskilsi í sjálvum landinum Italia, tess mentan og livihátti. Í mínum hugaheimi stavar alt gott úr Italia. Tann besti maturin er italienskur, tað besta vínið, tað besta kaffi, teir bestu skógvarnir, teir bestu bilarnir, tey bestu klæðini og meira afturat. Tí má eg eisini beinanvegin ávara um, at hendan greinin uttan iva er merkt av hesum forelskilsi, ið, sum kunnugt, ger ein blindan á summum økjum. Tí er ikki víst at onnur lesandi í Italia høvdu verið samd í tí, sum eg sigi. Sokrates Mítt lestrarár í Italia er komið í lag ígjøgnum sonevnda Sokrates samstarvið millum europeisku universitetini. Tá eg hevði gjørt meg lidnan við mína bachelor útbúgving í Informatiónsvísini á Aarhus Universitet, skuldi okkurt nýtt henda. At taka eina universitetsútbúgving er annað og meira enn at sita og lesa bøkur ella lurta eftir undirvísarum, og tað sum mær vantaði var at uppliva tað eftirhondini kenda fakøki frá einum øðrvísi vinkli í einum øðrvísi umhvørvi. Instituttið hevur nakrar Sokrates avtalur, harímillum eina við eitt italienskt universitet, sum segðist vera framkomið innan kommunikatión og miðlavísind. Tað passaði mær væl, og tí søkti eg um eitt pláss á italienska universitetinum. Hetta varð mær játtað, og soleiðis byrjaði mítt lív og lestrarlív í einum lítlum italienskum miðaldarbýi í Toscana nærhendis meira kenda Firenze.

68

Pisan 2004

Alt á italienskum At vera útlendskur lesandi í Italia er ikki heilt lætt, tí øll undirvísing fer fram á italienskum, og so at siga alt pensum er á italienskum. Í besta føri duga professorarnir so nøkunlunda at tosa enskt, men tað er ikki altíð so, og tey italiensku lesandi duga annaðhvørt illa ella als ikki at tosa enskt. Tí er eingin vegur uttanum italienska málið. Fyri meg var málið tískil verið ein stór avbjóðing fyrsta hálva árið, tí eitt er at læra at biðja um ein kopp av kaffi uttan sukur, meðan nakað heilt annað er at tosa italienskt til eina munnliga próvtøku. Mín kunnleiki til italienskt var avmarkaður til úrslitð av einum tríggjar mánaðar langum kvøldskúlaskeiði, tá eg kom herniður. Her tók eg tríggjar vikur á intensivum málskeiði, áðrenn universitetið byrjaði, og hóast tað hjálpti væl, so var máltrupulleikin rættiliga átrokandi fyrstu tíðina. Nýggja sjón Hvat havi eg so útbúgvingarliga fingið burturúr at skifta kendu umstøðurnar á Aarhus Universitet út við rættiliga eksotisku umstøðurnar á universitetinum her í Siena? Fyrst og fremst eitt nógv betri forstáilsi fyri mínum fakøki. At vera tilknýttur eitt gott universitet er sera attraktivt her í Italia, og av tí sama er universitetið her í Siena á tremur við sera dugnaligum undirvísarum. Nógvir teirra hava annan fótin á universitetinum og hin í arbeiðslívinum, og tað er ofta við til at gera undirvísingina meira aktuella enn hana eg eri vanur við. At koma í eitt heilt øðrvísi fakligt umhvørvið hevur eisini lært meg á hvørjum økjum eg standi fakliga sterkur, og hvørji øki eru meira ella minni blivin forsømd, har eg komi frá. Tað má so vera at hvørt universitet leggur serligan dent á ávísar førleikar, og tí er tað altíð sunt at koma eitt annað stað í eina tíð. Persónliga havi eg, umframt at fáa ein eyman pengapung, fingið eina góða samanseting av lívsroyndum, mentunarinnliti og málkunnleika, sum ikki telist upp í próvkarakterum og studiekreditstigum. Rúnar Reistrup

4

5

6

Hvat krevst? Av teimum 8-10 útbúgvingunum, eru nú kanska bara 4-6 útbúgvingar eftir. Kanna hvat krevst fyri at sleppa inn, og finn út av, um tú hevur neyðugu fakini? Um ikki, skalt tú ikki fella í fátt, tí tú kanst altíð taka tey vantandi fakini sum einkultfak á einum suppleringsskeiði. Um tú ikki hevur nóg góðan miðalkarakter, er møguligt at tú kanst søkja inn upp á annað so sum arbeiðsroyndir, háskúlauppihald o.s.fr. ella tað, sum í Danmark verður nevnt kvota 2. Hendan umsóknarfreistin er ikki altíð hin sama sum um tú bert søkir inn upp á karakterirnar, so neyðugt er at kann hetta frammanundan. Onkrir lærustovnar taka eisini upp út frá eini ella fleiri upptøkuroyndum.

Seinastu kanningarnar Ring ella skriva til útbúgvingarstovnarnar og bið um tilfar um útbúgvingina. Hav í huganum at talan er um reklamutilfar frá stovninum, so kanska kundi verið gott at fingið samband við onkran lesandi á útbúgvingini, sum kundi givið tær eina meira objektiva mynd av, hvussu tað er at lesa júst ta útbúgvingina. Tey lesandi kunnu eisini geva tær eina greiða mynd av gerandisdegnum, arbeiðsbyrðuni, undirvísarum og staðnum annars. Um tú ikki kennir nakran, sum er í gongd við útbúgvingina, kanst tú royna at seta teg í samband við MFS, sum møguliga kann vísa tær á onkran.

Avgerðin Eingin ivi skal vera um, at hetta er eingin løtt avgerð at taka. Tó er hetta ein avgerð, sum tú noyðist at taka, um tú ætlar tær undir víðari lesnað. Hvussu raðfestingin á umsóknarblaðnum skal vera, er bert upp til tín. Lat ikki eina bráða avgerð stýra framtíð tíni. Tí sjálvt um tað eitt nú kann vera stuttligt at sita og uppbyggja eina heimasíðu, er ikki vist, at teldutøkni er títt umráði og tað økið, tín framtíð skal byggja á. Gott er at skriva meira enn eina útbúgving á umsóknarblaðið, ella at skriva ymsar lærustovnar, sum bjóða somu útbúgving. Tí um tú ikki sleppur inn á fyrsta valið, verður umsóknin gjørd virkin á teirri útbúgvingini, tú hevur raðfest á øðrum plássi. Minst til at vera í góðari tíð, tí ofta eru ymisk skjøl, ið skulu sendast við umsóknini. Um tú ikki sleppur inn fyrstu ferð, er ikki neyðugt at falla í fátt. Finn út av, hvussu tú kanst savna tær stig, soleiðis at møguleikarnir at sleppa inn seinni verða betri. Góða eydnu.

Pisan 2004

9


Mál

Undirvísing og miðlan

SHÚ -

SHÚ -

MHÚ Málslig bachelorútbúgving innan vinnu Teknmáls- og MHS-tolkur

MHÚ Bókavørður/Bókasavns- og kunningarvísund Fólkaskúlalærari Savnvørður Lærarabachelor í støddfrøði, alis- og evnafrøði Pedagog Teknmáls- og MHS-tolkur

LHÚ Amerikanskt Arabiskt Asiatisk mál Málslig kandidatútbúgving innan vinnu Europeisk mál

LHÚ Fornfrøði Audiologopædi Danskt/bókmentavísund Heimsspeki Søga Klassisk filologi Listasøga Átrúnaðarsøga Retorik Guðfrøði Egyptologi Eystureruropa-lesnaður

Byggilist og bygging SHÚ Byggiteknikkari Kort- og landmátingarteknikkari MHÚ Bygningskonstruktør Diplomverkfrøðingur innan bygging LHÚ Arkitektur Sivilverkfrøðingur innan bygging Hortonom Landslagsarkitektur Landmátari

Hvørjum hevu

Á landi, í vatni og í luftini SHÚ Flogskipari Transportlogistikari MHÙ Flúgvileiðari – sivilur Hernaðarflúgvileiðari Maskinmeistari Løgreglufólk Skipsyvirmaður

Trúgv ikki, at alt er sagt við hesum. Tekningin e óteljandi, og ætlanin er, at tú sjálv/ur skalt hugsa víð Útbúgvingarnar eru býttar upp eftir longd, tvs. SHÚ Útbúgving, Miðallong Hægri Útbúgving og Long Hægri Sí eisini www.finddinuddannelse.dk og www.uddann

Samfelag og búskapur

LHÙ Yvirmaður ”af linien” Hernaðarflogskipari

Náttúra og djór SHÚ Fiskivinnuteknologur Landbúnaðarteknologur MHÚ Skógar- og landslagsverkfrøðingur LHÚ Agronom Forstkandidat Djóralækni Hortonom Búskaparfrøðingur innan jarðarbrúk Landslagsarkitektur

10

Pisan 2004

SHÚ Ognaseljari Finansøkonom Reiðaríútbúgvingin Grannskoðari Toll og skatt MHÚ Sosialráðgevi LHÚ Fólkalívsfrøði Løgfrøði Sosiologi Stjórnmálafrøði/samfelagsfrøði Búskapur

veruleikanum vóru alneyðugar hjá einum búskaparfrøðingi, so eg fekk SU frá fyrsta degi. Góðkenning frá SU er sum oftast eisini ein treyt fyri at fáa ÚSUN, útbúgvingarstuðul uttanfyri Norðurlond, frá Stuðulsstovninum. Lesnaður í USA er heilt kostnaðarmikil, og ikki ber til at lesa á teimum betru og meira kostnaðarmiklu lærustovnunum uttan stuðul av onkrum slag. Eg gjaldi umleið $40.000 um árið í skúlagjaldi, og í 2002 svaraði tað til einar 350.000 kr. Eg var tó so heppin at fáa næstan fult scholarship frá sjálvum skúlanum, so eg gjaldi í veruleikanum ikki stórt meira enn 20.000 kr um árið; so hóast ÚSUN-gjaldið fyri stuttum hækkaði upp í 120.000 kr., er tað tí neyðugt at finna útav, um tann ávísi skúlin letur figgjarligan stuðul til altjóða næmingar, áðrenn ein søkir um upptøku. Sosiali parturin av lestarlívinum í USA er eisini rættiliga sermerktur. Skúlin hjá mær setir sum treyt, at allir næmingar búgva á sjálvum skúlanum, á “campus”, tað fyrsta árið. Universitetið er í stóran mun eitt hugtak í USA. Skúlarnir hava høli til undirvísing, gransking og umsiting savnað á einum stað, og so liggja lestrarbústaðir, ítróttarhallir og matstovur spjatt innímillum. Handlar, ferðastovur og skraddari eru á sjálvum skúlanum, og MIT hevur enntá egna bussleið, politistøð, sløkkilið og sjúkrahús. Tað kunnu tískil saktans ganga vikur, uttan at ein er noyddur at fara av skúlanum, og á tann hátt liva lesandi ofta í einum avbyrgdum heimi uttan stórvegis samband við útheimin. Fyrsta árið búði eg í einum kollegii, 5 min. frá sjálvum undirvísingarhølunum, og hóast eg nú eri fluttur inn í eitt fraternity eitt sindur longri burturi, havi eg enn ikki tørv á at keypa mær súkklu ella busskort. Lívið í einum fraternity er júst sum í filmunum, næstan. Veitslurnar eru ikki heilt so villar, sólin skínur ikki hvønn einasta dag, og eg havi enn ikki sæð nakran hópdrápsmann. Harafturímóti hava vit okkara egna, loyniliga “handshake” og loyniorð, og vit hava fundir úti í einum myrkum skógi á midnátt, ílatin svartar kappar við hettu. Sosiala lívið á MIT snýr seg fyri tað mesta um húsið, ein býr í, og tey, ein býr saman við. Av tí at øll taka so nógvar ymiskar lærugreinir, og av tí at hvør einasti næmingur setir sítt egna skema saman eftir egnum áhuga, fær ein ikki eitt tætt samband við tey, sum ein lesir saman við. Hinvegin havi eg eitt ótrúliga tætt samband við mínar sambúgvar. Vit eta døgurða saman hvørt kvøld, fara vikuskiftisferð til Kanada, New York ella Florida, ella bara ein túr á strondina.

Fyri at venda aftur til lesnaðin, so er ein annar stórur munur á at lesa í USA og í Danmark. Tær allarflestu lærugreinarnar eru eina lestrarhálvu og enda við einari skrivligari próvtøku í desember ella mai. Men próvtalið (ella bókstavurin), sum ein fær, verður ikki bert avgjørdur av próvtøkuúrslitinum. Aloftast er próvtøkan ikki meira enn 40-50% av endaliga próvtalinum. Restin er uppgávur, sum skulu latast inn regluliga eina ferð um vikuna, “midterms” eini tvær ferðir hvørja lestrarhálvu, og onkuntíð eisini uppmøting og luttøka í sjálvum tímanum. Tað kann so vera til fyrimunar fyri tey, sum líða av “eksamensangst”, ella sum vanliga ikki standa seg so væl í provtøkum. Hetta ger eisini, at ein allatíðina má vera “up to date” við lesnaðinum. Tað hjálpir ikki at lesa alt í seinastu løtu, um vikuligu uppgávurnar ikki eru latnar inn. Vit hava heldur ikki lestrarfrí áðrenn próvtøkur. Vanliga endar undirvisingin ein friggjadag, og próvtøkurnar byrja mánadagin eftir, og liggja so allar ta einu vikuna. Eg havi fyrr havt fýra endaligar próvtøkur uppá tríggjar dagar. Hetta var eitt sindur ov nógv av tí góða fyrstu ferð, men av tí at próvtøkan ikki er altavgerandi, venur man seg skjótt við tað. Stutta próvtøkutíðin sæst eisini aftur í longri frítíðum, so samanumtikið er tað ikki ein býtt skipan. Tað eru bæði fyrimunir og vansar við at lesa í USA. Umframt at fáa eina útbúgving frá einum av heimsins bestu lærustovnum, havi eg styrkt munandi um mín førleika í enskum. Lestrarmentanin er serstøk, og hóast eg onkuntíð sakni eina fredagsbar, hevði eg ikki vilja verið hesa uppliving fyri uttan. Vansarnir eru eisini nakrir í tali. Fyri tað fyrsta er tað rættiliga kostnaðarmikið, bæði at lesa og at búgva í USA. Eisini kann sjálv umsóknargongdin tykjast trupul og endaleys, og tað er ikki so lætt at finna ráðgeving viðvíkjandi møguligum ivaspurningum. Ein skal tó ikki lata seg ræða av øllum pappírsarbeiðinum, kostnaðinum ella bara tankanum um at flyta so langt burtur. Eg fekk stóra hjálp frá Altjóða Skrivstovuni og frá MIT. Um hugurin er til staðar, ber alt til, verður sagt. Um tú hevur tann minsta hugin at royna okkurt øðrvísi, um tú ikki ert bangin fyri einari avbjóðing, so hevði tað kanska verið nakað fyri teg at søkt um upptøku á lærdum háskula í sambandsríkinum. Bartal Nolsøe Poulsen

Pisan 2004

67


USA sum lestrarland Nú eg næstan eri komin hálvvegis við lesnaðinum á Massachusetts Institute of Technology, MIT í Boston, havi eg ofta hugsað um, hvussu ólukkan eg endaði her av fyrstan tíð. Leiðin hevur verið long og fløkjaslig, men nu eg rættiliga eri komin uppá pláss og havi funHalla nið meg til rættis, kann eg siga, at tað var vert alt stríðið. Sum síðsta árið í studentaskúlanum í Hoydølum for at halla, og tann stóri dagurin nærkaðist, hugsaði eg sum flest onnur alt meira um, hvat síðani for at henda. Eg havi ongantíð verið ein av teimum við greiðum framtíðarætlanum. Tað er, sum tá ið Útvarp Føroya boðar frá óstøðugum veðri, “hann rekur av ymsum ættum”. Onkran dagin var eg vísur í, at eg átti at lisið evnafrøði, og dagin eftir sá eg eina gylta framtíð í løgfrøði. Eg gjørdist eisini skjótt greiður yvir, at valið ikki bert stóð ímillum, hvat eg skuldi lesa, men eisini hvar, og tað gjørdi ikki lívið lættari hjá mær. Heimurin er stórur og møguleikarnir óendaligir. Nógv og oftani varð kjakast aftur og fram við familju og vinir, og endin varð, at eg sannførdi meg sjálvan um, at Danmark stóð ikki ovast á mínum lista. Eg valdi USA, fyrst og fremst av tí at eg vildi fáa eina útbúgving á enskum. Á heimasíðuni www.braintrack.com er yvirlit yvir flest øll universitet í heiminum, og har fann eg fram til teir skúlar, sum eg hevði hoyrt um áður. Fleiri túsund universitet, ella “colleges”, eru í USA, so har var nógv at velja ímillum. Eg setti mær fyri, at eg fór bara at søkja um upptøku á kendum skúlum, sum lógu á eysturstrondini, og sum veittu altjóða næmingum figgjarligan stuðul. Hetta minkadi munandi um rúgvuna. Eg byrjaði so í einum enda við at fáa fatur á umsóknarbløðum, og so at fylla út. Her skal sigast, at ein søkir ikki um upptøku á hægri lærustovni í USA í einari handavending. Studentaskúlaprógvið sigur teimum ikki tað stóra, so eg noyddist til Danmarkar at taka nakrar royndir, SAT II, sum amerikanskir næmingar taka í high school. Eisini skal ein taka eina málroynd, sokallaða TOEFL roynd. Omaná tað heila kemur so, at tey ymsu universitetini

66

Pisan 2004

hava ikki somu upptøkutreytir. MIT krevur, at altjóða næmingar taka tvær SAT II og so TOEFL royndina, meðan aðrir skúlar kanska vilja hava tríggjar SAT II, og møguliga eisini ACT royndina, ella eina heilt triðju. Tað stutta av tí langa var, at tá ið umsóknarfreistirnar vóru úti 1. januar, hevði eg bara søkt inn á ein skúla. Tá ið eg heilt óvæntað fekk játtandi svar í mars mánaði, mátti eg fáa øll tey praktisku viðurskiftini frá hondini. Eg skuldi hava visum, fígging og bústað, men tað gekk væl, og áðrenn eg visti av tí, var eg í USA – í 40 hitastigum. At lesa í USA er á nógvum økjum ikki stórt øðrvisi enn at lesa í Danmark, men á øðrum økjum er himmalvíður munur landanna millum. Sjálv útbúgvingin er nógv breiðari enn ein útbúgving í Danmark, tá ið tað kemur til faksamanseting. Eg havi á pappírinum lisið búskaparfrøði hesi seinastu tvey árini, men í USA lesur ein ikki bara sína høvuðslærugrein. Fyrsta árið hava lesandi sum oftast alskyns lærugreinar, sum tykjast “óviðkomandi”, og sum eru ætlaðar at menna næmingin innan vanliga náttúru- og samfelagsvísund. Haraftrat krevur MIT, at í minsta lagi 25% av lærugreinunum, ein tekur, skulu vera uttan fyri høvuðslesnaðin. Eg havi sostatt havt lærugreinar innan bæði lívfrøði, evna- og alisfrøði, støddfrøði og søgu- og samfelagsfrøði. Hetta minti meg í fyrstuni um studentaskúlan, og hóast hetta kann tykjast meiningsleyst hjá teimum, sum hava eina greiða ætlan við lívinum og royna at fáa lesnaðin lidnan skjótast gjørligt, dámar mær tað stak væl. Eg hevði ikki avgjørt, hvat eg skuldi lesa, áðrenn eg byrjaði, og við at royna meg innan so nógv øki, var tað lættari at finna fram til rætta fakið. Hinvegin kunnu hesir valmøguleikar gerast ein meinbogi, tá ið ein skal søkja um SU. Fyri at fáa SU til lesnað uttanfyri nordurlond, er neyðugt hjá SU-stovninum at góðkenna utbúgvingina sum SU-heimiðlaga. Ein má senda SU eina neyva útgreining av, hvussu útbúgvingin er uppbygd, hvørjar lærugreinir ein ætlar at taka og upplýsningar um útbúgvingarstovnin. Hetta kann vera ein long og strævin gongd, og mær er sagt, at tað kemur sjáldan fyri, at SU góðkennir tað fyrsta árið á universiteti í USA, av tí at lesnaðurin sum oftast er so breiður og fokuseraður tað árið. Hóast tað megnaði eg onkursvegna at sannføra SU um, at allar tær “óviðkomandi” lærugreinarnar, eg tók, í

Lívfrøði, heilsa og føðsla

Náttúruvísund og tøkni

SHÚ Alkolog Kliniskur tannteknikari Tannrøktari

SHÚ Innleggjari Laborant Procesteknologur Produktiónsteknologur

MHÚ Bandagist/ortopædiverkfrøðingur Bioanalytikari (hospitalslaborant) Ergoterapeut Føðsla og heilsa Farmakonom Fysioterapeut Jarðarmóður Radiografur Sjúkrarøktarfrøðingur

MHÚ Business development Verkfrøðingur Diplomverkfrøðingur Eksportverkfrøðingur Veðurfrøði LHÚ Aktuar Lívfrøði/jarðfrøði fakini Sivilverkfrøðingur Datalogi fakini Støddfrøði/alis- og evnafrøði fakini

LHÚ Lívfrøði Farmaceut Fólkaheilsuvísund Humanbiologi Ítróttur Kliniskur biomekanikkur Matvøruverkfrøðingur og –kandidat Lækni Sálarfrøðingur Tannlækni

Skrivstova, handil og útflutningur SHÙ Hhx 1 ár Marknaðarføringsøkonom Serviceøkonom

ur tú áhuga fyri? er ætlað sum íblástur og bara sum tað. Møguleikarnir eru ðari—og kanska henda vegin finna tað, ið júst hóvar tær. Ú, MHÚ og LHÚ, sum eru styttingar fyri ávíkavist Stutt Hægri i Útbúgving. elseogjob.dk

MHÚ Filmútbúgvingin Grafisk kommunikatión Grafisk tøkni og leiðsla Hondarbeiðslærari Fjølmiðlafólk Sjónleikaraútbúgvingarnar LHÚ Myndlistafólk Sniðgevi Filmvísund Listasøga Tónleikaútbúgvingarnar Sjónleikavisund

LHÚ Kandidatútbúgving innan vinnubúskap (cand.merc.)

Kunningartøkni og elektronikkur

List, tónleikur, fjølmiðlar og móti SHÚ Designteknologur Rithøvundaskúlin

MHÚ Business development Verkfrøðingur Eksportverkfrøðingur Bachelorútbúgving innan vinnubúskap (HA)

Ítróttur og rørsla SHÚ Rørslupedagog Ítróttarlærari Mensendieck-lærari Rútmupedagog MHÚ Avspenningspedagog

SHÚ Datamatikari IT- og elektronikktøkningur Multimediedesignari MHÚ Diplomverkfrøðingur innan elektronikk LHÚ Sivilverkfrøðingur innan informatikk Datalingvistikkur Datalogi fakini Informatikkur IT-háskúlaútbúgvingarnar

LHÚ Ítróttur

Pisan 2004

11


um Turkland, áðrenn eg fór avstað, var, at tað var eitt ferðamannaland, har havið og luftin vóru turkisblá. Í Turkalandi var ótruliga lekkurt. Býurin Istanbul, har eg las, var ótruliga vakur og fullur av lívi. Tað var sera áhugavert at ganga runt í býnum. Ofta var alt ein stórur hurlivasi, men ein hurlivasi, sum er spennadi. Fólkini vóru fitt og blíð, kanska ikki minst tí at eg var einasti útlendski studenturin á universitetinum. Sjálvt um Turkaland skal eitast at vera eitt muslimskt land, merkti eg ikki so nógv til tað. Innkalling til bøn hoyrdist, men fólk tók tað róligt.

At velja rætt fyrstu ferð Tað kann tykjast ógvuliga fløkjasligt og møtumikið at skula seta seg inn í tann óendaliga frumskógin av møguleikum, hvat útbúgvingartilboðum viðvíkir. Nógvar ymsar útbúgvingar verða bodnar út og so gerst tað ikki lættari av, at so nógv ymsik ting eru, sum greiða skal fáast á, áðrenn og tá tú søkir. Valið er títt Tú stendur møguliga á gáttini til at taka títt fyrsta veruliga val nakrantíð. Higartil er leið tín kanska í stóran mun longu skorin út í kortið, og tí hevur verið lætt at tikið avgerðir, sum nokk heldur ikki hava verið so heilt vitalar. Valið av útbúgving gevur seg tó ikki sjálvt, og tí er tað av alstórum týdningi at fyrireika seg væl. Eitt tað fyrsta, tú kanst gera, er at fáa hendur á einum yvirliti yvir møguligar útbúgvingar. Nógvar bøkur eru á bókasøvnunum um evnið, og alnótin er sjálvsagt eisini ein ótømandi kelda. Soleiðis kanst tú fyrst og fremst fáa greiðu á, hvørjar útbúgvingar yvirhøvur eru at velja í. Um tú longu veitst hvønn veg ella innan hvat øki hugur tín liggur, so kann tað eisini vera góð hjálp at heinta hjá lestrarvegleiðarunum, sum kunnu leiða teg á eina meira greiða kós, men í síðsta enda er valið útilokandi títt. Vel eftir áhuga. Hetta hevur tú óivað hoyrt hundraðtals ferðir, men tað er ofta lættari sagt enn gjørt. Hvussu kanst tú eitt nú samantvinna so ymisk áhugamál sum tennis, bókmentur og lívfrøði, um tað eru hesi, tú hevur áhuga fyri? Tú kundi byrjað við at spurt teg sjálvan, hvussu tú vilt ávirka heimin og hvussu tú vilt nýta lív títt. Vilt tú út í heimin at arbeiða? Ætlar tú tær at verða í Føroyum? Vilt tú læra onnur nakað ella vilt tú hjálpa fólki rundan um teg á einhvønn hátt. Hetta kann tykjast sum ein stórur gloypibiti hjá eini júst floygdari pisu at seta sær sjálvum so “stórar” spurningar. Hinvegin so kunnu tílíkir spurningar beina teg á eina leið, sum fegin skuldi verið hin rætta. Somuleiðis slepst undan at tú um nøkur ár stendur við eini útbúgving í skjáttuni, sum tú ikki veruliga hevur hug at brúka til nakað. Sjálvandi er eisini vert at hava í huga, at ein spennandi útbúgving ikki altíð av sær sjálvum Hevur við sær eitt spennandi arbeiði. Øvugt

12

Pisan 2004

kann ein útbúgving, sum kanska ikki tykist so spennandi geva tær óteljandi møguleikar úti í arbeiðslívinum. Tí kann tað vera eitt gott hugskot at tosa við onnur, sum eru undir teirri ella teimum útbúgvingunum, sum tú umhugsar. Hetta kanst tú gera antin við at seta teg í samband við ein relevantan lærustovn ella MFS, sum møguliga kann vísa tær á onkran føroying undir ávísu útbúgvingini. Sjálvandi er eisini gott at tosa við fólk, sum eftir lokna útbúgving eru farin út á arbeiðsmarknaðin. Hesi kunnu helst best geva tær góð ráð, tí tey áttu at vitað, hvat tey tosa um. Hvat krevst Næsta stigið er, at tú mást finna fram til, hvat krevst, fyri at sleppa inn á útbúgvingina. Um okkurt fak er, ið krevst, sum tú ikki hevur, so er ikki at fella í fátt, tí til ber at lesa “einkultfak” upp á stutta tíð. Tú eigur tí at kanna, hvat krevst í góðari tíð, so tú fært stundir at taka møguligu eyka fakini, sum eru kravd. Eisini er týdningarmikið at minnast til, at tvær freistir eru, sum umsóknir kunnu vera latnar inn. Tær eru vanliga 15.mars fyri kvotu 2 og 1.juli fyri kvotu 1. (Les meira um kvotuskipanirnar aðra staðni í blaðnum). Óvissan Tað er altíð torført at meta um eitt val er rætt ella ikki. Tú veitst sjálvsagt ikki, hvussu eitt møguligt annað val hevði verið, og tí ber ikki till at samanbera. Tú veitst tó uttan iva altíð, um tú trívist við tað, tú hevur valt. Um so er, so stendur ikki so heilt illa til. Tó vil óvissan uttan iva níva teg, eftir at tú hevur framt títt val. Soleiðis vil tað nú einaferð vera, og torført kann vera at sleppa undan hesum kostinum. Óvissan kann tó eisini síggjast sum ein positivur eginleiki, tí óvissan er drívmegi og hon ger teg forvitnan. Alt lívið verður tú sett/ur yvirav ymsum valum, og tískil er ringt at sleppa undan óvissuni. Hon lúrir altíð aftanfyri næsta hornið. Tí kann tað ikki sigast ov ofta, at fyrireikingararbeiðið til valið er av nógv størri týdningi enn valið sjálvt. Tað vísir seg eisini, at mong av teimum, sum fella frá undir lestrinum, als ikki høvdu sett seg nóg væl inn í, hvat teirra val innibar. Ráðini eru tí einføld: Fyrireiking, fyrireiking og aftur

sum æt menningarfrøði, har søga, politikkur og búskapur vóru blandað saman. Tað fakið dámdi mær væl! Tann landafrøðin, eg lesi, er ikki bara um fjøll, vøtn og mold, men eisini um politisk og búskaparlig viðurskifti. Eg havi síðani valt at síðustilla bæði fakini landafrøði og búskap, soleiðis at bæði fakini verða høvuðsfak. Tað eru umleið 20.000 lesandi á Fraser Universtetinum, sum eg gangi á. Eg eri væl nøgd við lærustovnin og útboðið av fakum er stórt. Frítíð Tað fer nógv tíð við skúlatingum, og restin av tíðini fer til at keypa inn mat og klæði. Eg havi havt eitt lestrararbeiði, sum snúði seg um at hjálpa einum professara á universitetinum. Náttúran er ótruliga vøkur rundan um býin. Her eru nógvar vakrar parkir, har eg renni eitt sindur, tá eg havi tíð til tað. Í Vancouver er eitt ríkt mentanarlív við eitt nú nógvum ymiskum biografum bæði við amerikanskum og evropeiskum filmum. Eisini ganga vit nógv á kafé og fara út at eta.

Bumbubrestir Uppihaldið í Istanbul endaði ikki serliga væl. Tá eg hevði verið har í tveir mánaðir, brustu tvær bumbur í býnum. Báðar bumburnar sprongdust uttanfyri tvær synagogur, og var tað øgiliga skelkandi fyri øll. Serliga tí at hetta minti um bumbuspreingingar fyri ellivu árum síðani í Istanbul, sum høvdu verið uttan fyri somu synagogum. Tá so tær næstu bumburnar brustu seks dagar seinni við ein altjóða banka og ta ensku sendistovuna, kendu fólk seg enn ótryggari. Hesi støðini vóru mitt inni í býnum. Fáar dagar eftir bumbuspreingingarnar valdi eg at fara heim til Føroya. Tíðin á universitetinum í Istanbul er sum so farin til einkis, tí eg fái ikki góðskrivað nakað av tí, sum eg lærdi har. Tað leggi eg tó ikki so nógv í, tí túrurin í Turkalandi var góður. Tað var eitt stórt upplivilisi, og eg fari heilt víst aftur til Turkalands sum ferðafólk einaferð seinni. Tað, sum eg havi misti í Istanbul, kann eg heinta innaftur í summar á universitetinum í Vancouver, so tað fer nokk at ganga. Sum nú er, fari eg at taka BA liðugt í Vancover og verði sostatt liðug um tvey ár. Eftir tað vænti eg, at eg nærkist Føroyum aftur fyri at gera útbúgvingina lidna. Hvar og nær veit eg tó einki um enn. Petur Martin Hansen

Til Turkalands at lesa Tá eg hevði lisið í tvey ár á Universitetinum í Vancover, vildi eg royna okkurt nýtt. Eg fekk at vita, at eitt universitet í Istanbul í Turkalandi undirvísti á enskum, og ljóðaði tað áhugavert. Tað gjørdist ikki verri av tí, at hetta universitetið í Istanbul hevði eitt gott útboð av búskaparligum fakum. Tí valdi eg at taka eina lestrarhálvu í Istanbul. Eg dugdi als ikki at ímynda mær, hvussu tað fór at síggja út í Turkalandi. Tað einasta, eg visti

Pisan 2004

65


Ein øðrvísi lestrarleið

fyrireiking. Ein íløga fyri lívið At velja útbúgving er ein íløga fyri lívið. Tað nyttar einki at káva útyvir, bert tí orðavalið fyri lívið kann tykjast ræðandi og rættiliga avmarkandi. Tað er heldur eingin loyna, at tað arbeiðið, tú einaferð fært, setir sín ófrávíkiliga dám á lív títt. Fíggjarviðurskifti, frítíð o.s.fr. eru tengd at arbeiði tínum, og tískil er talan ikki um eitt val á sama hátt, sum tá tú velur málingalit til ein vegg. Ætlanin er ikki at ræða teg við at seta hetta upp sum tað ultimativa valið, men bert gera vart við týdningin av tí. Sjálvandi er tað eingin neyð, um tú ikki velur rætt fyrstu ferð, tí til ber at royna aftur aðru ferð, men so “klappar fellan” eisini – í hvussu so er, um tú lesur í Danmark. “3. gangsreglen” sigur nevniliga:

*3. gangsreglen Har man to gange været optaget på en videregående uddannelse uden at have afsluttet disse, vil man, hvis man på ny søger optagelse på en videregående uddannelse, blive placeret sidst blandt ansøgerne, uanset kvotient og kvote 2-kvalifikationer. Man kan dog, samtidig med at man indsender selve ansøgningsskemaet, søge dispensation, hvis der er gode grunde til, at man sprang fra de to første uddannelser. Får man en sådan dispensation, behandles ens ansøgning på linje med de øvrige ansøgere. les meira www.kot.dk Tí ræður um at hugsa seg væl um, áðrenn valið verður tikið! Katrin D. Apol

Summi hava frá barnsbeini vitað, hvat tey vilja vera, ”tá tey verða stór” og hava tí ikki stórvegis trupulleikar, tá umsóknarbløðini til útbúgvingarstøðini skulu útfyllast. Hjá teimum allarflestu er tað tó als ikki lætt. Tað er torført at avgera, hvør útbúgvingin skal vera, aloftast tí at tú hevur áhuga í fleiri ymiskum útbúgvingum. Tað er eisini ógjørligt at vita, um útbúgvingin er tann rætta — og um hon er tað, tú væntaði — fyrr enn tú ert farin í gongd. Nicolina Lamhauge er úr Lamba og lesur landafrøði og búskap á “Simon Fraser Universitetinum” í Vancover, Canada. Á studentaskúla í Noregi Eftir at eg hevði gingið eitt ár á Studentaskúlanum á Kambsdali, gekk eg tvey ár á altjóða studentaskúlanum hjá Reyða Krossi í Noregi. Meðan eg gekk har, søkti eg inn á tvey universitet í Bretlandi, men av tí at skúlagjaldið var so stórt á teimum báðum universitetunum í Bretlandi, umleið 120.000 kr, og Stuðulsstovnurin tá bara lat 60.000 kr. um árið, valdi eg at søkja inn á eitt universitet í Vancover, Canada. Hetta kom eisini av tí, at fólk komu frá hesum universitetinum og vitjaðu á skúlanum í Noregi, og tað ljóðaði áhugavert. Talan var um eitt universitet tætt við býin Vancover, og skúlagjaldið var niðanfyri tær 60.000 kr., sum Stuðulsstovnurin gav tá, so eg valdi at fara har. Ferðastuðulin kemur eisini væl við, tí so fái næstan ferðast heim til Føroya eina ferð um árið. Til Canada at lesa Tað gjørdi tað eisini lættari, at trý onnur frá skúlanum í Noregi eisini fóru á sama universitet

64

Pisan 2004

sum eg, og vit hjálptust at við tí øllum pappírarbeiðinum, tá vit komu yvir til Canada. Hóast rættiliga nógv pappírarbeiði skuldi til, so hevur tað verið lætt hjá mær sum føroyingur at fáa lestrarvisum í Canada, sammett við lesandi úr øðrum londum sum eitt nú Turkaland. Ìbúðarviðurskiftini í Canada eru góð. Tvey tey fyrstu árini høvdu vit møguleika at búgva á universitetinum, og eg búði saman við tveimum canadiskum gentum. Nú havi eg búð í tvey ár á universitetinum, so tá eg komi yviraftur, verði eg noydd at finna mær okkurt annað at búgva í. Fakliga gjógvin Studentaskúlin, sum eg gekk á í Noregi sigst vera eitt gott skifti til universitetið. Fakliga gjógvin hevur ikki verið serliga stór, og er ein av orsøkunum eisini tann, at høvuðsmálið á studentaskúlanum var enskt. So tað hevur verið mær ein góð hjálp. Hinvegin haldi eg ikki, at tað skuldi verið nøkur forðing, um man ikki er so vanur við enskt, tí man venur seg skjótt við tað. Tá eg byrjaði á universetinum í Vancouver, valdi eg at lesa landafrøði sum høvuðsfak og búskap sum síðufak. Hetta valið kemst av, at tá eg gekk á skúlanum í Noregi, hevði eg eitt fak,

Hví duga vit ikki altíð at velja rætt fyrstu ferð? Orsøkirnar eru nógvar:  Í summum førum vita vit ikki, at vit hava valt skeivt, fyrr enn vit undir lesnaðinum síggja leiðir, vit áður ikki dugdu at ímynda okkum.  Áhugin fyri øðrum lesnaði stingur seg upp, eftir at vit eru farin undir lesnaðin.  Vit vóru trygg í gomlum dreymum og settu tí ikki spurnartekin við teir.  Vit settu okkum ov lítið inn í lesnaðin, áðrenn vit byrjaðu. Vit høvdu eina mynd, ið varð bygd á romantiskar tankar um lesnaðin ella á framtíðar starvsmøguleikar.  Vit kenna ikki okkara egnu styrkir og veikleikar nóg væl.  Vit lurtaðu eftir øðrum heldur enn at lurta eftir okkum sjálvum.  Vit tóku ikki avgerðina í álvara. Alt hetta kanst tú gera nakað við. Í summum førum sært tú ikki vegir, fyrr enn tú ert farin undir lesnað, og tá kanst tú taka avgerð um, hvørt tú vilt skifta lesnað ella halda áfram. Avgerðin er tín! Tey gyltu ráðini í hesum sambandi mugu tó vera: Nýt ta tíð, ið krevst at velja rætt fyrstu ferð!

Pisan 2004

13


Trupla lestrarvalið Kl. 18.00: Huff.... 30 síður eftir... Kl. 18.30: ...25 síður... men síðstu 5 síðurnar mugu lesast umaftur, tí tankarnir vóru ikki heilt til staðar... grunaði heldur um, hvat plagg, eg skuldi fara í leygarkvøldið... Kl. 18.45: 27 síður.... nei, her er nokkso støvut, treingir virkuliga til at støvast av... Kl. 19.15: Åh, deiliga reint... men bíða... har eru vaskiklæðir í kurvuni... og tað er eisini langt síðani, eg var og heilsaði uppá Jóhonnu... Ja, soleiðis sat eg ofta og stríddist við bókunum mítt fyrsta semestur á læknalesnaðinum—ella "stríddist" er kanska í so nógv sagt, tí freistandi var at snúgva mær undan stóru og tjúkku bókunum! Eg varð liðug sum studentur í Hoydølum í ´99 og var sum flestu hinar pisurnar eitt sindur skúlatroytt. Ikki tí, árini í Hoydølum vóru sera góð, og var tað við blandaðum kenslum, eg fekk húgvuna á høvdið - gott at vera liðug, men syrgiligt at siga farvæl við tað góða sosiala umhvørvið, eg hevði verið partur av trý tey síðstu árini. Eg valdi, sum tey flestu í mínum flokki, at fáa mær sabbatár. Var klár at vinna mær nøkur oyru og kanska fara ein túr uttanlands. So eg byrjaði at arbeiða og nýtti lívið - frí frá lektium! Fór eftir eina tíð á kibbutz í Ísrael og kom so heimaftur at arbeiða. Men í øllum ævintýrresinum spøkti brennandi spurningurin seg allatíð: Hvat skal eg fara at lesa? Á, øll spurdu, "nú, Anna, hvat verður tað til? Hvat ætlar tú at lesa?" Tað var gerandiskostur at fáa spurningin settan, og hvørja ferð var svarið: "eg veit ikki". Eg visti virkuliga ikki. Eg visti bara, hvat eg ikki hevði hug til.

Annika

14

Pisan 2004

Tíðin gekk, og skjótt hevði eg havt tvey sabbatár! Tankarnir høvdu sveimað víða um, hvørja karrieru, eg skuldi velja - møguleikarnir stóðu opnir, og eg var um at villast í øllum, sum var at velja ímillum. Men hetta var eitt val, sum mátti takast—ein lívsleið—og júst hetta, at tað kom at hava ávirkan restina av lívinum, gjørdi tað so trupult. Tað er jú ikki bara í hvørjum liti, eg kundi hugsað mær eina ávísa troyggju. Eg sveimaði frá farmaceuti til lívfrøði, frá laboranti til tannlækna...eg hugsaði og hugsaði. Jú, mær hevur nú altíð dámt sera væl arvalæru, og júst hetta hevur verið nógv frammi í Føroyum síðstu tíðina, so tað høvdu óivað verið góðir møguleikar fyri hesum í Føroyum. Men eg kundi ikki lesa arvalæru - so mátti tað vera lívfrøði, har arvalæra verður viðgjørt, men nei, so mátti eg lesa um plantur, algur o.a. - tað tímdi eg als ikki! Jú, so fall valið á læknalesnaðin! Ótrúligt! Eg hevði tikið eitt val! Valdi læknalesnaðin, einamest tí at so hevði eg møguleika at koma inn á evnið, sum hevði mín størsta áhuga, og harafturat helt eg sjálvandi eisini, at læknafakið virkaði tiltalandi. Eitt spennandi fak við alskins møguleikum eftir loknan lesnað - heimurin stóð opin! Á, deiligt nú kundi eg hava eitt svar klárt, tá fólk spurdu, hvat eg ætlaði at lesa, men einamest var deiligt at hava svarið greitt fyri mær sjálvari! Eg byrjaði so á Panum í sep. 2001. Var sera spent og ynskti, tað var tað rætta fyri meg. Eg var eisini eitt sindur fjálturstungin, tí eg visti ikki rættiliga, hvat eg var byrjað uppá. Eg fann tó rímiliga skjótt útav, at hetta tímdi eg ikki! Lesa 50 síður um hjartað, 40 síður um blóðið, 60 síður um lungu... nei, eg kvaldist! Hvar var arvalæran? Hevði so vónað, at læknafakini fóru at fanga mín áhuga, men nei. Arvalæran var alt ov lítil í heildini av læknafakunum, at tað sindrið, vit høvdu, kláraði ikki at halda vónini hjá mær uppi. Harafturat var hetta nokk heldur ikki heilt tað rætta fyri meg og mína sartu sál, tí lósu vit t.d. um krabbamein, ja so hevði eg øll sjúkueyðkennini dagin eftir! So eg visti næstan beinavegin, at hetta fór ikki at ganga. Men treiska Anna royndi at hanga í, tí hvat nú um mær kanska fór at dáma tað? Hvat um tað bleiv meir spennandi komandi semestur?

eg at skifta skúla. Nú eri eg so á Ravensbourne College of Design and Communication, sum er ein minni og meiri konceptuellur designskúli, sum liggur uttan fyri miðbýin. Her verður størri dentur lagdur á, hvør tú ert, og hvat tú hevur hug til. Av tí at skúlin er minni, vita lærarar og næmingar nógv betur av hvørjum øðrum. Sjálvt um mín skúlagongd ikki hevur verið ein dansur á rósum, so havi eg lært ótruliga nógv; ikki so nógv av at ganga í skúla, men av øllum tí, sum eg havi tikist við við síðurnar av. Av tí, at eg næstan onga skúlagongd hevði á London College of Fashion, so fekk eg lært nógv við at hjálpa 3.árs næmingum frá tí kreativa Central Saint Martins og útlærdum designarum. Havi arbeitt ókeypis, tí nærum ongin designari hevur ráð at gjalda einum lesandi. Men harafturímóti fært tú klæðir, atgongd til ymiskt, og møtir eini rúgvu av áhugaverdum fólki, ikki at gloyma kendum fólki. Mótasamfelagið her er eitt stórt netverk, sum er ógvuliga týdingarmikið at koma inn í, og sum kann vera ein stórur fyrimunur, tá tú ert útbúgvin og ætlar tær at fáa viðurkenning. Sjálvur býurin hongur á einum tunnum tíðarstrongi, og er nógv merktur av, at her búgva nógv fólk. Fólk er stressaði, og hava altíð skund. Tú fylgir bara við streyminum á gøtuni, og veitst ikki hví, tú gongur so skjott. Her er ongin døgurðatími til ein heimagjørdan matpakka. Í staðin renna fólk runt við einum sandwich og einum pappírskoppi, tí sokallaða “food to go”. Tað er skitið, nógvur larmur, nógv fólk við ringum anda og sveittalukti, men tað er ein náttúrligur partur av stórbýarlívinum, og tú venur teg skjótt við tað.

Sjálvt um lívið í London er hart og hektiskt, er tað avgjørt rætta staðið at búgva, tá tú ert ungur. Tað tekur bara eitt sindur av tíð at fella til og viðurkenna hetta. Sjálvt um íbúð og skúli ikki liva upp til tínar væntanir, so er nógv annað við London, ið tú ikki fært aðrastaðni. Mentunarlívið er sera fjølbroytt innan tónleik, dans, design, list og film. Hóast London ber orð

fyri at vera dýrur, so er tað ótrúliga nógv, ið tú kanst gera fyri lítlan og ongan pening, serliga sum lesandi. Heldur einki mark er fyri, hvørjar vørur eru at finna her. Bara at keypa kaffi kann blíva ein heilur lestur: “A tall skinny caffeinefree café latte with organic skimmed milk with one sugar and no cream to go, please”. Býurin er á tremur við møguleikum, og tað ræður um at gera sær dælt av hesum. Tú venur teg við, at alt er slitið og ikki virkar optimalt og hugsar ”Hvat tá? Eg eri her bara fyribils og eri ikki komin higar at sita inni í eini finari íbúð. Sjónarmiðini broytast og víðkast: Tú fært sett spurnartekin við, hvat tú veruliga hevur brúk fyri. Tú lærir, at tað altíð eru aðrar loysnir, og at hvat er rætt og skeivt kann tulkast á ymsan hátt. Tú lærir eisini at fyrihalda tær fyri teimum heldur keðiligu síðunum av London, so sum kriminaliteti, óttanum fyri terror og kríggi. Jú, her hendir nógv, men fjølmiðlarnir gera eisini sítt til, at tað tykist ógvusligt. Tú kanst ikki gera nógv annað enn at filtrera tíðindini, ansa eftir tær sjálvari og taka ein dag í senn. Samanumtikið hevur avgjørt verið vert at komið higar at lesa. Hóast tað hevur verið hart, so haldi eg, at støðugi mótgangurin er vorðin ein heldur týdningarmikil stimulansur fyri míni listarligu evni. Tað ljóðar løgið, men soleiðis er. At síggja hvussu slitið, gamalt, giggut, ljótt, ja annað enn pent og perfekt, kann vera ótrúliga hugkveikjandi. Tað er heldur ongantíð keðiligt her. Drívmegin er sera stór. Tað hendir alla tíðina okkurt. Havi ikki ætlanir um at vera búsitandi her, men hvør veit? Eg fái enn sús í búkin við tankan um, at eg búgvi her. Hvørja ferð eg gangi um London Bridge, síggi Tower Bridge til vinstru, London Eye og Millenium Bridge til høgru, hugsi eg: Wauw – og her búgvi eg. Eg kann sostatt avgjørt viðmæla London, serliga um tú hevur hug til eitt lestrarlív við avbjóðingum. Tú skalt bara vera fyrireikað/ur uppá, at tað er øðrvísi - men ein góður møguleiki at gerast sjálvstøðug/ur og at virðismeta tað, sum áður var tikið sum ein sjálvfylgja. Tey kønu siga, at klárar tú at búgva í London, so kanst tú yvirliva allastaðni í heiminum. Hesum ivist eg onga løtu í. Marianna Mørkøre

Pisan 2004

63


London - kaos í kosmos Ikki kann sigast við fáum orðum, hvussu tað er at lesa og liva í London. Tað er bæði gott og ringt og alt tað, sum har er ímillum. Eg havi verið her í London síðani heystið 2000 og verði liðug sum mótadesignari summarið 2004. Eg visti litið og einki um at lesa í London, tá eg av fyrstan tíð fekk hugskotið til tess.

So komu jólini, og eg fór, sum flest onnur, heim til Føroyar at halda jól. Vit høvdu eina roynd hálvan januar, so allar bøkurnar vórðu sjálvandi tiknar heim við - kuffertið var á markinum til yvirvekt! Men eg mátti tó skjótt ásanna, at eg eins væl kundi latið bøkurnar ligið eftir á kollegiekamarinum! Alt annað var meir spennandi um jólini enn at lesa um hjartarútmu og kemiskar líkningar. Men royndin lá ikki fyrr enn 16. januar, so eg kundi jú altíð lesa eftir nýggjár. Eitt sindur í døpurhuga og máttleys gekk leiðin niður aftur til Keypmannahavnar fyrst í januar hvat mundi hetta fara at enda við? Manglandi stríðsandin og ágrýtni í jólafrítíðini helt tíverri áfram inn í januar mánað - nei, faktum var, at eg tímdi ikki at lesa til lækna. Eg mátti kasta hvíta handklæðið í ringin. Eg valdi tí at gevast... tímdi ikki at stríða meg ígjøgnum nakað, eg ikki var glað fyri, og sum eg ikki føldi, var tað rætta fyri meg! So ja, eg fór at gevast, men eg tók líka royndina við, tí um eg nú broytti meining og ynskti at halda áfram, so varð kravt, at eg hevði verið til roynd.

Marianna Mynd frá eini Jessica Ogden mótasyning í London, har pløgg, sum Marianna hevði seymað, vórðu sýnd fram.

Eftir at hava verið á Den Skandinaviske Designhøjskole í Randers, royndi eg sum so nógv onnur designhugaði at sleppa inn á Danmark Designskula, men tað gekk ikki. Hevði hoyrt onkran lærara tosa um London College of Fashion og Central Saint Martins, sum skuldi vera einastandandi skúlar í Onglandi. Hetta kannaði eg nærri og avgjørdi so at søkja inn á London College of Fashion, men tað var ikki gjørt í eini handavending. Stuðulsstovnurin, LFÚ og lestrarvegleiðingin á studentaskúlanum visti lítið og einki um, hvussu man søkti inn á bretskar skúlar. Eg kann so siga, at tað er ein ógvuliga torskild gongd, tá man als onki veit um bretsku skúlaskipanina. Alt fer ígjøgnum eina skipan, sum eitur UCAS. Nógvar reglur og undantøkur eru við hesi umsóknarskipan, at tað er vert at fara í gongd í góðari tíð. Men eg slapp so inn á London College of Fashion, var øgiliga stolt og ímyndaði mær goðalív í London. Men tað var eitt stórt sjokk at møta veruleikanum. Fyrsta sjokkið var kollegiið. Tað var sum at koma í geglið, men bara við útsýni av 9.hædd. Til alla

62

Pisan 2004

lukku var kamarið dupultbookað, so eg bleiv flutt í eitt annað heim, sum var nýtt og flott við bretskum dámi - mynstrut teppi og tungir møblar - har eg kundi búgva í 3 mðr. Hetta var byrjanin til, at eg nu eri flutt 7 ferðir íalt. Ikki hevur tað verið lætt, men ein sera góður máti at koma at kenna býin uppá. Tað var ikki bert bústaðurin sum bilaði, men somuleiðis skúlin. Eg helt, at eg var nakað serligt, tí eg var komin inn á skúlan, men tað var líka vanligur lesnaður sum at lesa til t.d. pedagog. 120 næmingar vóru í mínum flokki, ikki nógvir bretar, men næmingar úr øllum heiminum. Veit, at í Danmark fer man á rústúr o.a. fyri at seta tað sosiala í gongd, men einki varð gjørt av slíkum. Ymisku tjóðirnar funnu skjótt saman, so tað var mangan hart sum føroyingur at royna at koma í samband við onkran. Lítil kunning varð givin um hvat og hvussu, so eg kundi brúka tímar um at finna útav, nær og hvar eg skuldi møta o.s.fr. Alt hetta dámdi mær als ikki, og míni listarligu evni blivu raðfest lágt. So eftir tvey ár avgjørdi

Leiðin gekk tískil aftur til Føroyar fyrst í februar—hesu ferð uttan bøkur! Eg valdi at framleiga kollegiekamarið og fara heim á klettarnar at samla tankarnar um brennandi spurningin, hvat Anna nú skuldi finna uppá at lesa? Nú stóð eg aftur á berum - føldi eitt sindur, sum eg hevði fingið ein frammaná og var aftur eins blonk og óvitandi um karrieruval, sum tá eg so glað og fitt stóð sum nýklakt pisa! Nú vóru 2 1/2 ár liðin, síðan eg fekk húgvuna á høvdið, og enn hevði eg ikki funnið útav, hvat eg vildi við lívinum! Føldi tað eitt sindur frustrerandi - hvat var galið við mær? Hví kundi eg ikki taka eitt val? Hevði gjørt alt fyri at fáa eitt gott studentsprógv, men hvat nyttaði tað, tá eg ikki visti, hvat eg skuldi brúka tað til? Eg byrjaði so aftur at arbeiða, og eftir arbeiðstíð varð dúgliga blaðað í nógv brúktu bókini "Hvad kan jeg blive?". Hon var so slitin eftir hondini, og eg dugdi hana næstan uttanat! Hóast eg føldi meg í villareiði, angraði eg aldri mína avgerð um at gevast - eg føldi tað sum ein slíkan lætta - sum um ein steinur var tikin av mínum herðum! Og aldri føldi eg tað sum skomm at gevast og venda nøsini heim. Jú, eg hugsaði eitt sindur um tað, áðrenn eg gavst, at ja, nú fóru øll at siga, at "vit vistu, hon ikki fór at halda út.... vistu, hon fór at gevast!" Men nei, haldi, øll tóku væl ímóti mær, tá eg var heima aftur - tey stuðlaðu mínari avgerð.

Ein segði við meg, "Anna, tú skalt ikki skamma teg, tað ger einki. Tað er sera flott, at tú fylgir tínum ynskjum og ikki bara heldur út fyri at geva øðrum eina góða mynd av tær!". So eg skammaði meg als ikki. Tíðin gekk og nærkaðist, til eg aftur skuldi senda umsókn/ir inn til komandi árs lesnað. Eg hugsaði og hugsaði, vitjaði dúgliga LFÚ og blaðaði víðari í "Hvad kan jeg blive?". Valið fall á jarðamóður og sálarfrøði. Jú, helt hetta vóru tvey spennandi fak, men tað vísti seg, at fyri at sleppa inn á jarðamøðraskúlan, skuldi eg hava minst "18 måneders relevant arbejdserfaring", og hetta hevði eg ikki. Tískil fór umsóknin í postkassan við einum stórum X út fyri sálarfrøði. Eg vil siga, at trýstið at velja rætt aðru ferð, var sera stórt! Reglurnar eru tær, at ein fær bert møguleika at byrja uppá útbúgving innanfyri KOT tvær ferðir - t.v.s., at um tað nú vísti seg, at sálarfrøði heldur ikki var tað rætta fyri meg, ja, so var mín kvota uppbrúkt, og eg kundi ikki søkja um upptøku til útbúgving innan KOT eina 3. ferð. Jú, til ber at royna upptøku til eitt fak, sum ikki er so væl umtókt og tí ikki so trupult at sleppa inn til - eskimiologi ella okkurt tílíkt, men tað hevði nú ikki mín heilt stóra áhuga. Tískil setti sonevnda "3-gangs-reglen" stórt trýst á meg, og eg visti, at hesuferð var virkuliga neyðugt at velja rætt. (sí s. 14) Eg valdi sálarfrøði, men hvssu kundi eg vita, um tað var tað rætta fyri meg? Eg kendi eitt sindur til Freud og Jung og helt fakið vera spennandi, men eg hevði onga hóming av, hvussu tað mundi fara at vera at lesa tað á hægri støði. Eg haldi ikki, at tað ber til at vita, hvat ein fer í gongd við. Óroynd og blá fert tú í holt við eitt fak, og eg trúgvi, at sjálvt tey, ið byrja uppá ein lesnað, tey hava droymt um frá barnsbeini av, skjótt kunnu ásanna, at hetta var nú ikki júst tað, tey høvdu vónað og droymt um. So eg var eitt sindur bangin... hvat nú... nei, vildi ikki hugsa tað. Eg byrjaði uppá sálarfrøði 1. septembur 2002. Mundu Freud, Jung og aðrir stórthugsandi menn fara at hugtaka meg? Jú, eg føldi straks, at hetta var heilt nakað annað. Visti jú frá árinum frammanundan, hvussu tað kendist at vera "malplaserað", og ta kensluna hevði eg als ikki nú. Tað var ein heilt onnur atmosfera í skúlanum eg fall væl til í flokkinum, og øll vóru/eru fitt og fyrikomandi. Í mun til árið fyri, føldi eg nú,

Pisan 2004

15


at eg var á jøvnum føti við mínar samlesandi. Eg væntaði, eg fór at vera elst í klassanum, men so varð ikki. Aldursmunurin millum tey fyrsta árs lesandi er sera stórur - á mínum holdi er tann yngsta 18 ár, meðan tann elsta er 37, so eg var enntá í yngra endanum, deiligt! Eisini var deiligt hjá mær at vita, at umleið helvtin av teimum á holdinum høvdu verið undir aðrari útbúgving fyrr - soleiðis fekk eg váttan fyri, hvussu vanligt tað er at skifta lesnað! Nú eri eg í gongd við 2. semestur og siti og hugsi aftur á síðstu árini við truplum avgerðum og avsluttaðum læknalesnaði. Huff, tað hevur verið ein trupul tíð, men eg angri einki!

ynskjum! Um tey ikki eru glað fyri sín lesnað, er bara at skifta til okkurt, tey halda vil gera tey glaðari. Sjálvandi skal ein hugsa seg væl um, tí neyvan slepst undan niðurtúrum í einumhvørjum lesnaði, men eg trúgvi, ein veit og kennir við sær sjálvum, tá tað er komið so mikið langt, at man ikki tímir longur! Tá hugurin at lesa ikki er til staðar longur, er tíð at gevast og umhugsa nýggjar leiðir. Eg vil eisini siga fyri mítt viðkomandi, at eg eri sera glað fyri, at eg gavst longu eftir 1. semestur at eg ikki stríddi meg ígjøgnum fleiri ár bara fyri at vera treisk. Glað fyri, at eg ikki brúkti ov nógva tíð, men fór beint í gongd við næsta lesnað.

Angri ikki, eg byrjaði uppá læknalesnaðin als ikki! Eri glað fyri, eg royndi tað, tí nú fari eg ikki at angra tað seinni, at eg ikki gav tí ein møguleika! Fari ikki at sita sum 40 ára gomul og hugsa, at læknaleiðin hevði verið tann rætta fyri meg. Eg vil siga, at læknalesnaðurin óivað førdi meg inn á leiðina, eg seinni valdi - eina leið, eg í dag eri sera glað fyri, so glað, at bøkurnar faktiskt blivu opnaðar um jólini!

So nú kunnu tit ætla, at mín dagur og lesnaður er ein heilt annar enn dømið í byrjanini av greinini. Nei, eftir loknan skúladag, sær tað meiri soleiðis út nú: Kl. 18.00: 30 síður eftir... á nei, bara 30 síður....? Kl. 18.30: 20 síður eftir... svongdin ger tó um seg, so ein góður náttverðabiti sleppur niðurum! Kl. 20.00: Lesi síðstu síðuna og siti so hálvan tíma hugtikin um tað, eg júst havi lisið... Helst tók eg í so rívan til nú. Jú, víst kemur tað fyri, at tankarnir, meðan eg lesi, leita til støv, vaskiklæðir og Jóhonnu. Anna Christiansen

At enda vil eg siga til tey, sum umhugsa at gevast við sínum lesnaði, at fylgja sínum

16

Pisan 2004

Hvussu? Tað kann kanska tykjast eitt sindur trupult at leita sær til Íslands at lesa, men hetta nýtist ikki at vera so. Lætt er at finna upplýsingar á heimasíðu Háskólans á heimasíðuni www.hi.is Eisini er Altjóða Skrivstovan ein ótrúliga góð hjálp, um tú ætlar tær aðrastaðni enn til Danmarkar at lesa. Til ber at skriva henni teldupost á ask@ask.fo Umsóknarfreistin at søkja er 4. juni. Møguleki er eisini at taka summarskeið í íslendskum máli og mentan, áðrenn tú byrjar at lesa. Til ber at lesa meira um hetta á heimasíðu skúlans. Skerpikjøt og tollarar Sum sagt, er Ísland bara ein tími við flogfari úr Vágum mitt í Reykjavík. Flogfarið setir seg næstan í túnið hjá Háskóla Íslands. Hóast matur kostar nógv í Íslandi, er ikki skilagott at falla fyri freistingini at taka ein turran bógv ella báðar tveir við sær til Reykjavíkar at piða

myrkastu kvøldini. Tí tað fyrsta, og ofta tað einasta, tollararnir í Reykjavík airport spyrja um, er kjøt! Íslendingar gera alt fyri at forða djórasjúkum í at sleppa inn í landið. So rátt kjøt er bannlýst. Tað nyttar einki at halda uppá, at ráa kjøtið er tjóðarrættur okkara. Myrkastu kvøldini, ja. Veturin í Íslandi er myrkari og longri enn okkara vetur, tí Ísland er norðari enn Føroyar. Men tað er eingin neyð. Streymurin er bíligur, so tað er bara at tendra øll ljós. Neyvan nakra staðni eru so nógvar littar perur uttandura um jóltíðir sum í Reykjavík Veðurlagið siga vit minni um. Men í skrivandi løtu er lýggjari í Reykjavík enn í Keypmannahavn og Århus. Og fyri alt tað ber til at klæða seg móti øllum veðri. Úlpurnar eru trendy, og tær eru fjálgar, tá "frost er á Fróni". Lív Patursson

Pisan 2004

61


Reykjavík - mentanarháborg Norðurlanda Virkið føroyingafelag er eisini í Reykjavík. So ætlar tú tær til Danmarkar, bara tí at so nógvir føroyingar eru har, so eru eisini nógvir føroyingar í Reykjavík. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, so eisini her ber til at skemta sær saman við landsmonnum, kann ein ikki liva uttanlands tað fyriuttan. Ísland haldi eg vera eitt gott val, av nógvum góðum orsøkum. Ein teirra er, at vit føroyingar kunnu læra sera nógv av fólkinum her. Fyri næstan hundrað árum síðani vóru teir í somu støðu ríkisrættarliga, sum vit eru nú ár 2004. Arbeiðsemið teirra er eitt, ið eyðkennir íslendingin. Sagt er, at íslendingar noyðast at hava tvey arbeiði, skulu teir klára at lívbjarga sær. Hetta er einki annað enn lygn. Grundin til, at nógvir teirra hava tvey arbeiði, er tann, at teir vilja hava møguleikan til at t.d. ferðast minst einaferð um árið, fara út at eta, keypa sær klæðir og annað.

www.visitreykjavik.is

Hví Ísland? Íslendingar eru vinartjóð hjá føroyingum. Tí er vert at seta stórt spurnartekin við, hví ikki fleiri føroyingar fara til Íslands at nema sær útbúgving. Tað átti at verið sjálvsagt, at vit leitaðu okkum meira hendan vegin. Bara ein tíma er flogferðin úr Føroyum, bara ein mánað tekur tað hjá tær at skilja íslendska málið, og fólkið her er sera líkt føroyska fólkinum. Høvuðsstaðurin Reykjavík er ein sera framkomin modernaður býur. Her er alt frá hundafrisørum til stórar handilsmiðstøðir. Kaffihús, barrir og diskotek í hópatali. Stórar ítróttarmiðstøðir og uttandura svimjihyljar, listasøvn, sjónleikarhús, biografar og skoytihallir. Reykjavík hevur alt, ið ein stórbýur eigur at hava. Okkurt um 280.000 fólk búgva í Íslandi, tveir triðingar búgva í Reykjavík. Hóast lutfalsliga stóra fólkatalið er ikki neyðugt at kenna seg sum eina ørkymlaða sál í øllum meldrinum. Íslendingar gera nógv burturúr, so fólk, ið kemur hendan vegin, kennir seg væl. Og ikki ger tað støðuna verri, um tú ert føroyingur. Beinanvegin verður tú hálsfevnd, og so fara tey at tosa um ólavssøkuna, sum, eftir øllum at døma, flest allir íslendingar hava verið á.

Háskóli Íslands Mitt í Reykjavík er University of Iceland Háskóli Íslands. Í hesum skúlanum ganga heilir 9.000 næmingar. Ellivu deildir eru í skúlanum, og allar hava tær størri útbúgvingar. Allar útbúgvingar hava sítt egna felag. Feløgini, sum eru knýtt at útbúgvingunum, hava tey flestu sínar egnu heimasíður. Har ber til at fáa kunning um útbúgvingarnar, síggja myndir og tílíkt. Allar deildir skúlans húsast á sama øki, so tað ger sosiala lívið eitt sindur skemtiligari enn eitt nú í Keypmanna-havn, har fakultetini sløðast um allan býin. Umframt undirvísingarhøli eru aðrir bygningar á Háskólaøkinum. Eitt nú Norræna húsið, sum er sera gott hjá okkum føroyingum, tí har ber til at lesa føroysku tíðindabløðini. Filmshús og biografur eru eisini á skúlanum. Banki, matvøruhandlar, svimjihylur, ítróttarhøll og venjingarhøll eru á økinum. Eisini er ein studentabarr, kallað Stúdentakjallarinn, kaffihús um dagin og barr og diskotek um kvøldið. Har eru ofta konsertir. Herfyri var t.d. Eivør Pálsdóttir í Stúdentakjallaranum. Eisini er størsta bókasavnið í Íslandi, Landsbókasafn Íslands, á campus. Á háskúlaøkinum eru nógvar íbúðarlonir og nøkur skúlaheim. Meira um hetta fæst at vita á www.studenthousing.is

”Ein stutt, ein long...” Ymiskt er, hvussu hugurin er at fara undir hægri lesnað – summi vilja út á arbeiðsmarknaðin sum skjótast, meðan onnur hava hug at geva sær góðar stundir við lesnaðinum. Tað er alneyðugt at velja eina útbúgving, ið hóskar til tín tørv, bæði viðvíkjandi fakliga innihaldinum, men sanniliga eisini viðvíkjandi longdini á útbúgvingini. Í Norðurlondum kunnu útbúgvingarnar bólkast í 3 bólkar: Stutt Hægri Útbúgving, Miðallong Hægri Útbúgving og Long Hægri Útbúgving. Stutt Hægri Útbúgving (SHÚ) Stuttu hægru útbúgvingarnar hava antin eina miðnámsútbúgving ella eina arbeiðsútbúgving sum grundarlag. Útbúgvingarnar eru ástøðiligar, men við tí verkliga fyri eygað. Hesar útbúgvingar eru vanliga 2-2½ ár til longdar. Dømi: Ítróttarlærari, byggiteknikkari, datamatikari, laborant og marknaðarførings-

økonom Miðallong Hægri Útbúgving (MHÚ) Miðallongu hægri útbúgvingarnar eru sonevndar professiónsútbúgvingar, ið venda sær ímóti einum serligum starvi. Upptøkutreytin er lokin miðnámsútbúgving á summum útbúgvingarstøðum verður tú tó eisini upptikin, hóast tú ikki hevur miðnáms-prógvið, men viðkomandi arbeiðsroyndir. Útbúgvingarnar taka 3-4 ár, og eftir lokna útbúgving kanst tú fleiristaðni kalla teg professiónsbachelor. Hetta er ein nýggj skipan, ið skal gera tað lættari hjá fólki við MHÚ at fara undir longu hægru útbúgvingarnar, uttan at tað er neyðugt at byrja umaftur. Eitt dømi eru sjúkrarøktarfrøðingar, ið nú kunnu gerast jarðarmøður eftir tveimum árum. Dømi: Fólkaskúlalærari, sosialráðgevi, fjølmiðlafólk, fysioterapeut og sjúkrarøktarfrøðingur Long Hægri Útbúgving (LHÚ) Longu hægru útbúgvingarnar taka fimm ár ella meiri. Tær eru samansettar av einum bachelorparti, ið tekur 3 ár, og einum kandidat-parti, ið er minst 2 ár til longdar. Flestu velja at taka báðar partar av útbúgvingini, av tí at lokin bachelor-partur í flestu førum “bert” gevur tær førleikan at undirvísa. Útbúgvingarnar eru grundaðar á gransking, og hevur hetta við sær, at ein partur av lærarunum á lærustovnunum bæði granska og undirvísa. Dømi: Samfelagsfrøðingur, arkitektur, sálarfrøðingur, sniðgevi og tannlækni Sí fleiri dømi um ávikavist SHÚ, MHÚ og LHÚ á s. 10-11. Annika Helgadóttir Joensen

Bjørg

60

Pisan 2004

Pisan 2004

17


At byrja á hægri lærustovni at bróta ísin soleiðis beinavegin. At skula byrja at ganga í skúla aftur var løgið. Eg skuldi venja meg við at vera lesandi - gera skúlating, finna ein lesibólk og ikki minst finna sjálvdisciplinina fram aftur. Tað ringasta fyri meg var at finna eina rútmu, hvussu eg skuldi leggja mær tíðina til rættis, so eg hevði tíð til skúlating, frítíðarítriv, vinfólk og meg sjálva. Hvussu er sambandið við floksfelagarnar? Flokkurin, sum eg gangi í, er sera góður, og vit hava eitt sera gott samanhald. Eg havi gott samband við øll í flokkinum, øll eru fitt og løtt at tosa við. Eg havi tó best samband við tey, sum eisini búgva í Keypmannahavn (eg lesi í Næstved og búgvi í Keypmannahavn, so vit eru nøkur, sum fylgjast hvønn morgun í tokinum).

Annika

Hví søkti tú inn á útbúgvingina? At tað akkurát skuldi vera fysioterapeut, sum eg skuldi lesa, tók mær langa tíð at koma fram til. Eg visti, at eg vildi arbeiða við menniskjum - hevði í fyrsta umfari hugsað um pedagog, lærara, lækna og tannlækna. Men eftir at eg hevði arbeitt sum vikar og í barnagarði, visti eg, at tað ikki skuldi vera tað. Tá eg so setti meg at skriva "motiveraðu" umsóknina, fann eg útav, hvat eg best kundi liva meg inn í, og hvat veruliga hevði mín áhuga - mannakroppurin, kropsligar rørslur og tað at koma í samband við fólk bæði kropsliga og sálarliga. Eg søkti eisini inn til ergoterapeut men hevði fyisoterapeut sum fyrsta prioritet. Eg søkti bara til Danmarkar, tað er jú tað lættasta - tað lokkaði tó eisini, at nógv vinfólk eisini vóru har. Eg havi eisini búð 7 ár í Danmark, so tað var ikki eitt so stórt kultursjokk fyri meg. Hvussu var at byrja? Eg var ógvuliga spent at byrja, hevði summarfuglar í búkinum. Vit byrjaðu við at skula á rústúr - hetta tó bert í ein dag og eina nátt var nervøs fyri, hvussu tað fór at vera, eg hevði jú ikki møtt nøkrum frammanundan og var líka við ikki at fara. Løgið og spennandi at skula møta so nógvum nýggjum fólki í senn – at spæla spøl, renna stafett, syngja, dansa og skapa sær. Men stuttligt var tað, og á onkran hátt deiligt

18

Pisan 2004

Hvussu er við danska málinum? Av tí, at eg havi búð so nógv niðri áður, er tað ikki ringt fyri meg at tosa og úttala danskt. Men eg haldi tað viðhvørt vera torført at formulera seg rætt og havi ofta spurt um okkurt, har eg haldi meg hava formulerað meg rætt, men har onnur slett ikki vita, hvat eg meini við, men so hjálpir tað viðhvørt, at eg kann vísa, hvat tað er, eg meini við. Tey í flokkinum hava onkuntíð flent eftir mær, men tað má bara vera harvið. Er munur á miðnámsútbúgving og hægri lærustovni? So avgjørt! Her er ongin, sum kannar, um tú hevur gjørt skúlating, og tá meginparturin av skúlatingunum er lesing, so er tað upp til ein sjálvan at gera tað. Í skúlanum, sum eg gangi á, er øll undirvísingin floksundirvísing. Eg kann ímynda mær, at tað á unversitetsútbúgvingum krevst størri sjálvdisciplin, tí størsti parturin av undirvísingini eru fyrilestrar. Á hægri lærustovni er tað mesta upp til ein sjálvan: Hvussu nógv tú lesur, at finna ein lesibólk, keypa bøkur, kopiera tilfar o.s.fr. Tað kunnu vera bæði fyrimunur og vansar við tí, man skal í øllum førum venja seg við tað – tað skuldi eg í hvussu er. Samrøða við Gunvør Hofgaard

ljóðaði bæði býtt og barnslig. Málsliga hevur tað verið ein stór hjálp, at sviar sum heild eru ógvuliga tolerantir. Bæði undirvísarar, lesandi og vinfólk hjá mær gjørdu sær stóran ómak við at royna at skilja meg. Frá byrjan kendi eg ein ógvuliga positivan hugburð um tað, at man kemur sum útlendingur til Svøríkis og roynir at tosa svenskt. Tey flestu halda tað eisini vera sjáldsamt og stuttligt, at man kemur úr einum fjarskotnum landi til Svøríkis at lesa. Eg vil siga, at málið kemur ógvuliga skjótt. Um tú roynir at tosa nógv, kemur tú rættiliga væl inn í tað longu tann fyrsta mánaðin At skriva uppgávur á donskum er vanliga heldur eingin trupulleiki. Lestrarumhvørvið Lund er ein ógvuliga hugnaligur býur við nógvum gomlum og stásiligum bygningum. Niðri í sjálvum býnum er tað rættiliga tætt millum bygningarnar og húsini, sum gevur býnum ein serstakan og á ein hátt eldri og hátíðarligan dám. Deildirnar hjá universitetinum eru spjaddar runt um allan býin, sum er ógvuliga sermerktur av studentalívi. Studentar síggjast við fúkandi ferð á súkklum, og caféirnar eru sum oftast stúgvandi fullar í døgurðatímanum og eftir skúlatíð. Øll lesandi í Svøríki skulu melda seg inn í eitt næmingafelag fyri at blíva skrásett á universitetinum. Í Lund eru 13 ymisk næmingafeløg, natiónir, sum tey verða nevnd, at velja ímillum. Hesi skipa fyri ymsum tiltøkum, bæði veitslum og meira álvarsligum tiltøkum sum pallborðsfundum, fyrilestrum o.s.fr. Í frítíðini kanst tú eisini ganga til ymisk ítriv alt eftir, hvat natiónin, sum tú ert limur í, hevur á skránni. Eisini kunnu limirnir bjóða seg fram at arbeiða á natiónini. Hetta er sjálvboðið arbeiði uttan løn. Býar- og náttalívið í Lund er rættiliga sermerkt av teim ymsu natiónunum. Tað eru ikki so nógv onnur støð, sum eru opin um náttina. Til universitetið í Lund hoyrir eisini ein ítróttarmiðstøð, Gerdahallen, har lesandi vid Lunds universitet kunnu venja fyri ein sámuligan prís. Har er møguleiki at styrkivenja, ganga til aerobic, teamsúkkling, yoga, tennis o.s.fr. Bústaðarmøguleikar Í Lund er tað sum í flest øðrum lestrarbýum trupult at fáa bústað. Universitetið hevur sína egnu bústaðarskipan ,AFB, sum umsitur lestrarbústaðirnar. Tú kanst ikki gerast aktivur á bíðilistanum hjá AFB, fyrr enn tú ert sloppin inn á universitetið. Bíðitíðin til at fáa ein lestrarbústað sigst at liggja um eitt ár. Tó er vantandi bústaður ikki nakað, sum skal

forða einum í at fara til Lund at lesa. Trupulleikin tykist ofta at vera møguligur at loysa. Natiónin, sum tú meldar teg inn í, kann eisini veita tær eina hjálpandi hond. Universitetið hevur eisini lestrarbústaðir til útlendsk lesandi studentar, International Housing, sum tú kanst seta teg í samband við. Tað er ikki at verða smæðin, men at liggja framvið og ringja og maila allastaðni, so kanst tú skjótt vera heppin og fáa okkurt. Tað er sjálvandi eisini eitt gott hugskot bara at fara avstað, hóast tú ongan bústað hevur, og síðani at leita sjálvur í Lund. Tað er eisini møguligt, sum onkrir føroyingar gera, at búgva í Keypmannahavn og koyra ímillum við oyrasundstokinum. Tað tekur uml. ein tíma millum Keypmannahavn og Lund við toki. Tó er tað uttan iva lættari at læra svenska málið og at fáa vinfólk her, um man eisini býr í Svøríki. Av tí at eg ikki fekk bústað í Lund av fyrstani tíð, valdi eg at búseta meg í Malmø. Eg fann ta størstu bústaðarfyritøkuna í Malmø, MKB, á internetinum, og ringdi til tey og kærdi mína neyð. Eg fekk so bústað beinanvegin, og havi verið so glað fyri at búgva her, at eg nú havi avgjørt ikki at flyta til Lund. Lund er ein ógvuliga hugnaligur býur, har er tó ógvuliga studentasermerkt, og nøkur troyttast av tí og flyta til Malmø. Tað tekur bert uml 20 min. við bussi og toki millum Malmø og Lund. Eitt mánaðarkort til buss og tok kostar 550 SEK, so tað er yvirkomiligt. Eg búgvi í lestrarbústaði, har vit hava egna 1-rúmsíbúð við køki og wc. Síðani hava vit eitt felagsrúm, har vit kunnu hyggja at sjónvarp o.s.fr. Tá eg flutti inn, vóru vit rættiliga nógv, sum fluttu inn samstundis, og tey flestu búgva her enn. Her havi eg fingið mínar føstu vinir, og vit ganga inn til hvønn annan so gott sum hvønn dag. Tað minnir um har heima, her noydist tú ikki at ringja áðrenn, men bankar bara uppá og fer á vitjan. At búgva á henda henda hátt er ógvuliga hent, tá man kemur til eitt fremmant land. Tað er gott fyri tann málsliga partin, men eisini fyri trivnaðin sum lesandi í útlandinum. Eg eri mest saman við svium, men vit eru uml. sjey føroysk lesandi í Lund, sum hittast av og á. Talið á føroyingum, sum leita sær til Lund at lesa, tykist vera vaksandi, so hví ikki umhugsa at koma hendavegin at lesa !. Viðmerking: Freistin at søkja inn á universitet í Svøríki er 15. apríl til várhálvuna og 15. okt. til heysthálvuna. Tað eru ikki øll skeið, sum koyra bæði um várið og heystið. Marsanna Petersen

Pisan 2004

59


At lesa í Svøríki

føroyingafelagnum, Jacques osv. lokkaði. Samstundis tóktist etnologiútbúgvingin meira spennandi í Lund, og tí fall valið at enda á Lund.

www.lu.se

Valið Á vári 2002 avgjørdi eg at fara undir víðari lesnað uttanlands. Frammanundan hevði eg tikið eitt ársnám í samfelagsfrøði og mentunarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Har kveiktist mín áhugi at lesa víðari innan mentunarfrøði av álvara, og tí valdi eg at søkja inn á etnologi. Av tí at rættiliga fá sleppa inn at lesa etnologi við universtitetið í Keypmannahavn, valdi eg eisini at søkja inn á Lunds Universitet. Eg kendi sum so einki til Lund og universitetið har, annað enn at eg hevði lisið onkrar bøkur, sum professarar í etnologi vid Lunds universitet høvdu skrivað. Á heysti 2002 slapp eg so inn at lesa etnologi bæði í Keypmannahavn og í Lund. Av tí at allar mínar vinkonur úr Føroyum lesa í Keypmannahavn, og eg sum so einki kendi til Svøríki, var tað trupult at avgera, hvat eg skuldi velja. Stórbýurin Keypmannahavn, við

58

Pisan 2004

Øðrvísi lestrarskipan Ein av orsøkunum til at eg havi valt at lesa í Lund er, at lestrarskipanin í Svøríki er øðrvísi enn tann danska og føroyska. Í Svøríki er eitt lestrarhálvár 20 stig. Lestrarhálvárini í einum faki eru býtt upp í ymisk skeið. Tvey ár er soleiðis tað mesta, tú kanst lesa í einum faki. Soleiðis kanst tú í stóran mun sjálv/ur seta saman tína útbúgving. Tú kanst tó har umframt eisini lesa program, sum líkist meira donsku og føroysku útbúgvingarskipanunum. Tá lesur tú eitt fak í 3-4 ár. Hetta er soleiðis ein samanhangandi útbúgving, sum er føstløgd frá byrjan. Lestrarhálvárið er vanliga býtt upp í ymisk skeið. Hetta merkir, at lestrarhálvárið er býtt sundur í ymisk lið, har tú í hvørjum liði í nakrar vikur hevur um eitt evni. Hvørt av hesum skeiðunum endar so við eini próvtøku, sum á tann hátt eru spjaddar yvir alla lestrarhálvuna. Tað, sum mær dámar við tí svensku lestrarskipanini, er, at hon er meira fleksibul enn tann, sum vit kenna úr Danmark og Føroyum. Við tað, at tú kanst lesa ymisk skeið innanfyri ymisk fak, fært tú eina breiðari útbúgving. Eg sjálv lesi nú eitt tvøvísindaligt skeið um Internationala Migratión og Etniskar Relatiónir við universitetið í Malmø, sum eitt ískoyti til mína endaligu útbúgving. Universitetið í Malmø er rættiliga nýtt - bert 6 ár - og har hava tey lagt seg eftir tvørvísindaligum útbúgvingum, sum eru eitt sindur øðrvísi og kanska meira tíðarhóskandi. Tillagingartíðin At byrja at lesa uttanlands er altíð ein stór avbjóðing. Tann fyrsta tíðin er merkt av, at tað er nógv nýtt at seta seg inn í. Man skal venja seg við eina nýggja skipan, nýtt umhvørvi og nógv nýggj fólk. Tá eg hugsi aftur á tíðina, tá ið eg byrjaði at lesa í Lund, minnist eg hana sum eina rættiliga ørkymlandi tíð. At eg fekk so góða móttøku bæði á universitetinum og á kollegiinum, sum eg búgvi á, hevur lætt ómetaliga nógv um tillagingartíðina. Í byrjanini var tað eitt sindur trupult við málinum. Tað var ikki so torført at skilja undirvísararnar, men verri var við teimum lesandi, sum koma úr øllum landinum og tosa ymsar dialektir. Tað var eisini trupult hjá mær at orða meg á svenskum. Eg føldi mangan, at eg

Pisan 2004

19


Týdningurin av lestrarhættum Mangir eru tankarnir, ið ein ger sær, tá ið avgerð viðvíkjandi útbúgving skal takast. Millum fystu og óivað týdningarmiklastu spurningarnar eru spurningar sum: – Man eg fara kunna liva við mínum vali restina av lívinum? Fari eg í framtíðini at tíma at arbeiða innan tað økið, eg havi útbúgvið meg? Fari eg áhaldandi at hava somu áhugamál, ella fari eg at leiðast við mítt val eftir eina tíð? Í kjalarvørrinum á hesum spurningum koma enn fleiri spurningar. Summir av hesum eru sjálvsagt meiri ítøkiligir enn aðrir, men ein væl kendur spurningur snýr seg um útbúgvingargongdina, nærmari longdina av útbúgvingini: Fari eg at tíma at lesa ella læra í trý, fýra, fimm ella fleir ár? Nakrir kanska minni kendir spurningar, sum – hóast sera viðkomandi – ikki verða havdir í huganum, fyrr enn avgerðin um útbúgving er tikin, knýta seg at teimum ymsu undirvísingar-, frálæru- og lestrarhættunum, ið ymsu útbúgvingarstøðini nýta. Spurningarnir, ein átti at sett sær í hesum sambandi, kundu ljóðað: Hvønn undirvísingar- , arbeiðs- og lestrarhátt dámar mær best? Nær og hvussu læri eg mest og best? Dugi eg best at arbeiða sjálvstøðugt ella kemur mest burtur úr hjá mær, tá ið eg arbeiði í einum bólki? Hvussu við sjálvari undirvísingini? Riggar tað best hjá mær, um eg fái nógva undirvísing, ella egni eg meg eins væl at sita við eini bók og at kalla sjálvstøðugt læra meg sjálva/n? Eyðsæð er, at uttan mun til hvørja útbúgving ein velur, so skal ein ávís tíð nýtast til lesing og annað sjálvstøðugt arbeiði. Somuleiðis vil ein altíð fáa nakað av undirvísing og vegleiðining frá lærarum og øðrum ráðgevum. Flestu lesandi vilja eisini siga, at tey onkuntíð hava arbeitt saman við øðrum lesandi í bólki, meðan tey aðrar tíðir hava arbeitt meiri sjálvstøðugt. Sostatt kann sigast, at óansæð hvørja útbúgving ella hvat útbúgvingarstað ein velur, so kemur ein óivað í onkran mun at royna ymsu undirvísingar- og arbeiðshættirnar. Tó skerst ikki burtur, at tær ymsu útbúgvingarnar eins og tey ymsu útbúgvingarstøðini eggja til ymsar lesi- og arbeiðshættir. Sum dømi kann nevnast, at meðan humanistarnir á KUA (Københavns Universitet Amager) í alstóran mun arbeiða sjálvstøðugt, og ikki endiliga verða eggjaðir til bólkaarbeiði, so er støðan at kalla tann umventa á RUC (Roskilde Universitets Center), har frálæran mest er grundað á bólkaarbeiði. Somuleiðis er eisini fjølbroytni í, hvat viðvíkur undirvísingar-

20

Pisan 2004

tímum. Meðan ein á onkrari útbúgving hevur møtiskyldu og møguliga fær undirvísing í skúlanum hvønn dag, so finnast útbúgvingar, har eingin møtiskylda er, og har sjálv undirvísingin er avmarkað til færri enn tíggju tímar um vikuna. At ein útbúgvingin uttan møtiskyldu og við fáum skúlatímum kann tykjast lokkandi, kunnu tey flestu nokk skriva undir uppá, men havast má í huganum, at arbeiðsbyrðan á tílíkari útbúgvinging ikki er minni, enn arbeiðsbyrðan á útbúgving við nógvum undirvísingartímum. Heldur kann sigast, at arbeiði sum heild verður flutt úr skúlanum og heim til tann einstaka. Tá ið treytirnar fyri skúlaarbeiðið eru so ymiskar, er týdningarmikið at gera sær greitt, nær og hvussu ein arbeiðir best. Fær man mest burturúr við tí koyrlinum syngjandi um oyruni, sum møtiskylda kann tykjast vera, ella er árræðið og sjálvdisiplinið so gott, at eingin koyril er neyðugur? Tørvar einum onnur fólk ella ein bólk at samarbeiða við, fyri at fáa sum mest frá hondum, ella eru tað heilt onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri eins skúlavirksemi, lestrar- og skapanarhug? Lat tað tó vera sagt, at tað fyrst og fremst er hugurin, ið avger, hvørja útbúgving ein fer í gongd við. Eftir hetta er týdningarmikið at gera sær nakrar tankar um, undir hvørjum viðurskiftum ein arbeiðir best, fyri soleiðis at økja um møguleikarnar fyri góðum úrslitum í lestrarlívinum. Sagt á annan hátt, so skal sjálvur útbúgvingarhátturin ikki stýra valinum av útbúgving, tað skal hugurin til sjálva útbúgvingargreinina, men í aðru atløgu er vert at hava í huganum, hvussu ein heilt ítøkiliga arbeiðir og trívist best - tí á tann hátt er ein við til at geva sær sjálvum bestu sømdir hugsandi, og soleiðis fær ein mest burturúr. Fylgjandi yvirlit gevur eitt innlit í ymsar lestrar- og undirvísingarhættirnir, og kann hetta vónandi virka sum hjálp, tá ið høvd og hali skal finnast á fjølbroyttu útbúgvingarmøguleikunum. Fyrilestrar: Ofta sæð sum ímyndin av lesnaði á hægri lærustovni. Klassiskur undirvísingarháttur, har lærarin ella undirvísarin heldur ein fyrilestur og greiður frá einum hvørjum evni, gjarna fyri heilt nógvum næmingum samstundis, summastaðni heilt upp í 400. Samskiftið er vanliga einans einvegis, tvs. frá undirvísara til næmingar, men onkuntíð er høvi at seta spruningar.

gera bólkaarbeiði ella okkurt annað. Men tá eg so hugsi meg væl um, so veit eg, at tað nokk heldur ikki hevði verið ordiliga eg. Eftir eini viku hevði eg nokk gleðiliga fari oman aftur til morgunvenjing og balletttímar. Ein má brenna fyri sanginum, dansinum ella sjónleikinum fyri at ganga á Musicalakademinum, tí sum lestrarvegleiðarin hjá okkum segði, tá Fredericia Dagblad spurdi hann, um

hetta var ein stuttur vegur til at gerast kendur: ”Det gør alt for ondt og lugter for dårligt”. Og tað vil eg til eina og hvørja tíð skriva undir uppá. Men tað er fantastiskt kortini, og samanumtikið eri eg so ómetaliga glað fyri, at eg slapp inn á Det Danske Musicalakademi Frederica. Christina Elisabeth Mørkøre

Hví útbúgva seg uttan fyri Danmark? so týdningarmikið sum servitanin er, at tú fært nýggj sjónarhorn til lesturin. Tú lærir aðrar hættir at tulka tekstir og nýggjar hættir at loysa trupulleikar uppá. Tú fært roynt ævintýrhugin. Indiana Jones býr í okkum øllum. Ein longsul eftir ævintýrinum, tí ókenda. Ævintýrhugurin er oftast besta eggjanin at fara burtur.

Tú mennir tín málførleika. Tað hevur alt størri og størri týdning at kunna samskifta á øðrum málum, tí samfelagið er vorðið alt meria fjøltáttað, og tí lond gerast meira bundin at hvørjum øðrum. Hetta er ikki minst galdandi fyri smá lond. Mál lærir tú best í tí landi, har tað verður tosað. Tú lærir um ymiskleikan millum mentanir. Tað, sum tú lærir við at búgva í einum øðrum landi í longri tíð, kallast interkulturel kompetansa. Í stuttum er tað at skilja og virðismeta aðra mentan og ikki máta alt út frá kendum heimligum fortreytum og normum. Kunnleiki til aðrar mentanir kann hava avgerandi týdning eitt nú innanfyri sølu og lýsingar í samband við útflutning. Tú styrkir tína persónligu meinning. Tú ert einsamøll/einsamallur í einum fremmandum landi. Tryggleikin frá familju og vinfólkum er langt burturi. Tú noyðist at byrja av nýggjum sosialt – finna tær nýggjar vinir. Tað er eingin ivi um, at hetta er við til, at tú gerst sjálvstøðug/ur. Og tað er mennandi fyri sjálvsálitið, tá tú sært, at tað ber til. Tú setir eina fakliga menning í gongd.Tú hevur nógv at læra í útlondum á serøkjum. Minst líka

Hetta er einasti háttur at fáa útbúgvingina uppá. Tú ert noydd/ur at fara burtur fyri at fáa júst ta útbúgvingina, sum tú ynskir tær. Ella tú noyðist at fara uttanlands, tí tú sleppur ikki inn á júst ta útbúgvingina her ella í Danmark. Tað tekur seg væl út, tá tú søkir arbeiði. Tú vísir yvirfyri einum komandi arbeiðsgevara, at tú dugir at samskifta á øðrum máli enn móðurmálinum, og tú dugir at tillaga teg. Vansar Tað kunna sjálvandi eisini vera vansar og trupulleikar tengdir at útbúgving í útlondum. Her skal eg einans nevna nakrar, sum tann einstaki sjálv/ur má taka støðu til og royna at taka hædd fyri: Tað kann vera kostnaðarmikið. Tað kann vera torført. Tað kann vera vágið. Tað kann gera, at útbúgvingin kemur í drag. Tað er ikki lætt at vita , hvussu tú skal fara fram. Men spyr á:

Altjóða Skrivstovuni J.C. Svabos gøta 14 postboks 272, FO-110 Tórshavn – Tlf. 322065 Fax 35 25 01 ask@ask.fo www.ask.fo

Pisan 2004

57


stuttligt er komið burtur úr teimum klassisku balletttímunum. Men um vit ikki høvdu ein so fantastiskan ballettlærara, so vóru vit nokk ikki komin so langt, sum vit eru nú. Umframt klassiska ballett hava vit eisini jazzballett, jazz-teknikk, stepp og koreografi (vit dansa ymiskar dansir upp gjøgnum tíðina, alt frá gomlum operettum til Chicago). Tað er nógv, vit skulu læra upp á stutta tíð, so vit mugu eisini venja í frítíðini. So nøkur kvøld fara við at standa við ”barrina” niðri i dansisalinum. Kravt verður eisini av okkum, at um vit læra eina koreografi í einum av dansitímunum, so skulu vit eisini duga hana til næstu ferð. Tað eru strangir dansi-lærarar, ið krevja disciplin, og einki eitur at koma ov seint ella svara aftur! Sangur: Nú hevði eg sungið nógv, áðrenn eg byrjaði á Musicalakademinum, so har liggur mín styrki. Eg hevði ikki fingið sangundirvísing, áðrenn eg byrjaði á skúlanum, so fyri meg er tað serstakliga spennandi at hava soloundirvísing. Tað er ótrúliga spennandi at læra nýggjar sangteknikkir, men tað er heldur ikki bara stuttligt. Tað er ringt at bróta gamlar vanar, og fyrstu ferð ein roynir ein nýggjan sangteknikk, so ljóðar tað ikki altíð so væl. Tá ein byrjar eina tílíka útbúgving, verður oftast dentur lagdur á tað, tú ikki dugir. Tað tú dugir, er tað ikki so spennandi at arbeiða víðari við, tí menningin er so avmarkað. Tað er ofta hart altíð at vera mintur á tað, tú ikki dugir. Ofta fært tú kensluna av, at tú dugir einki, men tá tú so hevur lært tað, tú frammanundan ikki dugdi, so er tað vert alla ta frustratión, tú áður vart ígjøgnum. Afturat solosangtímunum er coaching, sum er ein lærugrein, har tú lærir at formidla sangin dramatisk. Tú skalt royna at sannføra áskoðararnar um, at tað er tað mest náttúrliga í verðini at brádliga byrja at syngja mitt í leikinum. Præsentatión er ein felags lærugrein, har tú fyrireikar teg til at ganga til upptøkuroynd til alskyns sangleikir, har flokkurin er dómarapanel. Og at enda havi eg ensemble/kórsang, har vit eru seks fólk, ið syngja ymsar kórsangir úr sangleikum. Sjónleikur: Sjónleikur hevur tað minsta tímatalið, bert 3 tímar um vikuna. Harafturat eru 4 vikur býttar út á alt skúlaárið, har vit hava drama 8 tímar hvønn dag í eina heila viku. Vit hava tá ymiskar gestalærarar, ið nýta ymiskar dramateknikkir. Fyrsta árið í drama verður kallað ”navle-pilleri”. Tað merkir, at tað er nógv ”soulsearching”, stórur sálarfrøðiligur ”innfallsvinkul”, og endamálið er, at vit skulu læra at kenna okkum sjálvi betur. Tað er fantastiska spennandi, serliga tá ein ikki hevur arbeitt so nógv innan sjónleik, men tað er hart. Tí ofta verða kenslur uppgravaðar, sum ein

56

Pisan 2004

hevði fortrongt ella ikki ánaði, at ein hevði. Tað krevur eisini eitt ótrúliga sterkt álit á sínar floksfelagaðar at tora at avdúka seg sjálvan so nógv. Nógv mørk verða flutt í sjónleikaundirvísingini, og tá er umráðandi, at ein hevur seg sjálvan við. Eitt nú venjingar, har ein skal sláa ein annan persón og ýla í høvdi á honum ella mussa ein av sínum floksfeløgum, tá tað ikki er ein mammumussur. Men allar hesar avbjóðingarnar flyta og búna ein, so ein gerst betri til at arbeiða dramatiskt. Í løtuni hava vit eina sangleiksverkætlan, og tað er eisini tí, at vit eru í skúla langt út á kvøldarnar. Sum fyrstaársnæmingar hava vit tríggjar verkætlanir. Áðrenn heystfrítíðina í fjør framførdu vit sangleikin The Rocky Horror Show, og nú eru vit í gongd við West Side Story og brot úr Moulin Rouge. Tá vit hava sangleiksverkætlan, hava vit níggju tímar um vikuna afturat tí fulla tímatalinum. Tað er ótrúliga stuttligt at seta hesar sangleikirnar upp, sjálvt um vit bert framføra teir fyri skúlanum. Men endamálið er at royna tað miðvísa arbeiðið, ikki minst sjálva arbeiðsgongdina, og at kunna okkum um, hvussu tað fer at vera at arbeiða í sangleikum, tá vit eru liðug við útbúgvingina. Til allar verkætlanir hava vit leikstjóra, koreograf og pianist. Eg verði ofta spurd, hvussu mær dámar skúlan, og eg svari: ”Væl, men tað er hart”. Hetta er ein ótrúligur møguleiki fyri meg at vera sloppin inn á hendan skúlan, og eg eri rættiliga vís í, at útbúgvingin eisini er tann rætta fyri meg, men hart er tað. Tað er strævið kroppsliga, tí vit dansa 3 tímar hvønn dag, og í verkætlanum eru enn fleri dansitímar. Tað er hart mentalt, tí ein altíð noyðist at vera ”på” og vísa eina menning. Sjónleikurin krevur eisini støðuga atgongd til tínar kenslur. Ofta hugsi eg, at í dag orki eg ikki at hava nakrar kenslur. Tað er stórt trýst frá lærarum, frá floksfeløgum og einum sjálvum. Man eg nú duga nóg væl? Man eg fara at læra alt, sum eg helst skal læra? Og ikki minst, havi eg nakran møguleika, tá eg verði liðug? Tað eru jú so nógv onnur, sum duga so væl. Og hvussu skal man duga alt líka væl, at dansa, syngja og spæla sjónleik? Jú, nógvir eru tankarnir, ikki bara hjá mær, soleiðis hava vit tað øll, sum ganga á Musicalakademinum. Men ein noyðist at trúgva uppá seg sjálva. Ofta um morgunin, tá eg skal til morgunvenjing, so hugsi eg, áááááhhhhhhh, eg tími ikki. Eg vil hava eitt vanligari lestrarlív, har ein fer í bað um morgunin (og ikki fleiri ferðir hvønn dag!) og etur morgunmat (tað geri eg ikki, fyrr enn morgunvenjingin er av), og so antin í tok ella á súkklu í skúla at lurta eftir einum fyrilestri,

Floksundirvísing: Minnir um undirvísing í fólkaog miðnámsskúlunum. Vanliga eru 25-30 lesandi í hvørjum flokki. Undirvísarin gjøgnumgongur undirvísingartilfarið, og avtalað verður hvorja ferð, hvat skal lesast til næstu ferð. Kjak og framløgur eru partur av undirvísinigini. Roknivenjingar: Undirvísing, har tú stutt og greitt roknar uppgávur. Oftani er ein undirvísari til staðar, sum kann hjálpa við uppgávum. Henda undirvísing finst í høvuðsheitum á nátturuvísundaligum útbúgvingum. Starvsstovuvenjingar: Eru á flest øllum tekniskum, nátturuvísundaligum og læknafrøðiligum útbúgvingum. Tímarnir eru vanliga kravdir, tvs. at tú hevur møtiskyldu fyri at kunna standa lærugreinina. Endamálið er, at næmingarnir fáa neyðugu praktisku royndirnar á júst teirra øki. Økisskeið (”feltkurser”): Finnast t.d. á útbúgvingum sum lívfrøði, jarðfrøði og fólkalívsfrøði. Her verður farið út í avíst umhvørvi at kanna ávís viðurskifti, tað verði seg djóralív, plantulív, fólkasløg ella annað. Eins og við starvstovuvenjingum er endamálið at geva teimum lesandi praktiskar royndir innan ávíst lestararøki.

Starvsvenjing: Á nógvum útbúgvingum er starvsvenjing ein kravdur partur, sum skal fara fram í ávísum lestararhálvum. Nevnast kunnu útbúgvingar sum pedagogikkur og sjúkrarøktarfrøði. Á t.d. tannlækna- og djóralæknaútbúgvingini er starvsvenjing fastur partur av útbúgvingini og fer fram á sjálvum útbúgvingarstovninum. Innan landbúnað og verkfrøði verður lagt upp til, at tann lesandi sjálv/ur finnur eitt stað til starvsvenjing, sum so er partur av útbúgvingini. Á t.d. humanistiskum og samfelagsvísunudaligum útbúgvingum er starvsvenjing ikki eitt krav, men ein møguleiki tú kanst taka í ½ ár. Á RUC (Roskilde Universitets Verkætlan: Center), Aalborg Universitet og eitt nú arkitektskúlunum verður arbeitt við verkætlanum burturav. Á flestu hægri útbúgvingum skal ein tó fyrr ella seinni gjøgnum eina verkætlan, ið antin kann gerast sum bólkaella einstaklingaarbeiði. Ymiskt er, hvussu undirvísingin fer fram í hesum sambandi. Gjarna er ongin beinleiðis undirvísing knýtt at eini verkætlan, men ein verður í staðin knýtt/ur at einum undirvísara, ið virkar sum vegleiðari og ráðgevi. Ein verkætlan varir vanliga ½ til 1 ár. Summastaðni skalt tú bert lata skrivliga uppgávu inn, aðrastaðni skalt tú upp í munnligari próvtøku afturat. Helena D. Højgaard

Katrin

Pisan 2004

21


Minst til flytifuglur

FAME, I´m gonna live forever! Kloke r

kan trý

Minst til úr Føroyum √

Søk um bústað, samstundis sum tú søkir inn á útbúgvingina. Send eitt avrit av upptøkuumsóknini við. Kanna, um tú kanst søkja um bústað, áðrenn tú søkir um upptøku, ring til kollegiir.

Melda flyting úr kommununi, tú býrt í.

Sig frá, um tú vilt vera verandi í kirkjuni.

Søk um fulla skattaskyldu hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Hetta gert tú, fyrstu ferð tú arbeiðir heima, men um Toll- og Skattstovan krevur tað, skalt tú til eina og hvørja tíð kunna vátta, at tú enn ert lesandi.

Hevur tú nógv, tú vilt hava við tær til útlandið, set teg so í samband við flutningsfeløg og fá eitt tilboð frá teimum.

Fyrireika teg til ein mentanarhvøkk, hóast tú ikki fert til fjarskotin lond.

Fyrireika teg at gerast kløkk/ur um, hvussu lítið danskt/enskt/svenskt/norskt tú í veruleikanum dugir.

Minst til, at tað lættliga kann taka upp til 3 mánaðir, áðrenn tú fyrstu ferð fært SU.

Við at gerast limur í MFS fært tú hesar beinleiðis tænastur          

22

Limablaðið Fjølnir 6 ferðir um árið. ISIC-limakort, sum gevur stóran ferða­avsláttur, t.d. við Strandferðsluni. Umsóknarblaðið til ferðaískoyti sendandi beinleiðis við postinum. Tú kanst fáa ráðgeving frá MFS-skrivstovunum í Keypmannahavn og Århus í samband við lestrarviðu Tú kanst søkja Grunnin Fyri Styttri Lestrarferðir (GSFL) um stuðul til ferðing til Føroya í sambandi Um tú ert yvir 26 ár, fært tú 25 % avsláttur (ungdómsprís), tá tú ferðast til Føroya. Tú kanst gerast haldari av Dimmalætting og Sosialinum á alnótini fyri hálvan prís. Tú fært stóran avsláttur, tá MFS skipar fyri tiltøkum, so sum dansi og kafékvøldum. Tú fært ein árskalendara. Tú kanst gjøgnum MFS og Vinnuhúsið fáa samband við føroyskar fyritøkur, um tú vilt skriva uppgáv

Pisan 2004

gerandisdegnum. Her er stak hugnaligt, so deiliga grønt, og fólk eru vinarlig og fitt. Fredericia er ein gamal býur (1650), sjálvur býurin er eitt sindur minni enn Tórshavn, men í Fredericia kommunu búgva umleið 49.000 fólk. Nú havi eg gingið á Det Danske Musicalakademi í eitt hálvt ár, og fólk spyrja meg ofta, hvat vit í grundini gera har. Um tað er ein háskúli, um eg búgvi á skúlanum, ella um eg bara syngi allan dagin. So nú má eg heldur royna at greiða frá, hvat hetta er fyri ein útbúgving.

korter til átta ein myrkan morgun í januar. Eg eri so troytt, at eg orki ikki at hyggja, men eg eri komin upp og standi nú í einum spegilsfyltum dansisali. Hini 11, sum eisini eru í salinum, eru líka troytt, tí vit vóru í skúla í meiri enn 12 tímar í gjár. Men vit eru øll komin upp til okkara kravdu morgunvenjing, sum er 45 min. við venjingum innan styrki, balansu og smidligheit. Hvønn morgun í eitt heilt ár gera vit somu venjingar til sama tónleik. Hugurin í morgun er nokk ikki hin stóri, og tað er ein øgilig eymkan og grenjan tá vit byrja. Ein kann ikki lata vera við at stúra fyri teimum 300 búkvenjingunum, 150 rygg-venjingunum og 50 armboyggingunum, ið koma um eina løtu, áhhhhh nei. Vælkomin til mín gerandisdag á Det Danske Musicalakademi Fredericia!

Det Danske Musicalakademi er ein nýggjur útbúgvingarstovnur. Fyrstu næmingarnir byrjaðu í 2001. Fyri at koma inn á skúlan, skal ein fyrst og fremst til tvær upptøkuroyndir, ið eru í februar/mars. Í fjør, tá eg søkti, vóru tað umleið 100, ið vóru til upptøkuroynd, og 12 vórðu upptikin. Eftir trý ár er ein útbúgvin sum musical performer, ið er at sammeta við eina konservatoriuútbúgving. At vera útbúgvin musical performer merkir, at ein hevur eina listarliga útbúgving við trimum høvuðslærugreinum, nevniliga sangi, dansi og sjónleiki. So tað er ikki ein háskúli, og eg gangi ikki bara og syngi allan dagin. Eg búgvi ikki á skúlanum, hóast tað viðhvørt kennist so, tí tímatalið er so stórt. Tríggjar høvuðslærugreinir merkir nógvir skúlatímar. Sum oftast eri eg í skúla til kl. 18, viðhvørt longri. Eg havi nakrar frítímar inn í millum, men teir eru ikki nógvir. Í fyrstani var tað ringt at venja seg við at vera heima kl. 18.30 og at vera so móð, at eg sovnaði áðrenn klokkan 20! Nú klári eg at halda meg vakna longri.

Í august 2003 byrjaði eg á Det Danske Musicalakademi í Fredericia. Í fyrstani kendist tað eitt sindur undarligt at siga við fólk, at eg skuldi til Fredericia og ikki Keypmannahavnar, Aarhus, Odense, Aalborg ella onkran annan eitt sindur størri ella kendari bý. Men eg skuldi altso til Fredericia. Tey, sum kenna nakað til býin, seta hann ofta í samband við Skipafelagið, farmaskip ella bara eina stóra havn. Ein býur, ein bert koyrir ígjøgnum, tí tað er fyrsti býur, ein kemur til, tá man kemur yvir um brúnna til Jútlands. Tað er nú heldur ikki nakar lestrarbýur. Einastu lestrarmøguleikarnir eru maskinmeistari, almanna- og heilsurøktari og musical performer. Sjálv kendi eg lítið og einki til býin, men her í Fredericia er ikki so galið. At blíva musical performer er ein so tíðarkrevjandi útbúgving, at býurin hevur so lítið at siga í

Lærugreinirnar Dansur: Eg dansi umleið 15 tímar um vikuna. Í mun til eina dansiútbúgving er tað ikki nógv, men tá ein hevur tvær aðrar høvuðslærugreinir, er tað ríkiligt. Nevnast kann, at á okkara árgangi, har vit eru sjey gentur og fimm dreingir, eru tvær gentur, sum hava dansað nógv, áðrenn vit byrjaðu á skúlanum, og sum søktu inn fyri at blíva betri dansarar. Vit onnur høvdu okkara styrki sum sangarar ella sjónleikarar. Dansurin er fyri tey flestu nógv tann størsta avbjóðingin, kanska serliga fyri mannfólkini. Sjálvt um eg havi gjørt rútmiskan fimleik í 12 ár og æt ”dansari” í SKEYK, so er dansurin tað, sum eg noyðist at leggja størst orku í. Høvuðstrupulleikin fyri okkara flokk er, at vit øll eru í 20’unum, og at vit ikki fyrr enn nú byrja at dansa klassiska ballett. Ja, nógv

Pisan 2004

55


Minst til í Danmark

Herskylda

Melda komu á kommununi, áðrenn 4 dagar eru farnir og fá eitt danskt p-tal og sjúkratryggingarkort. Hetta er umráðandi at fáa sum skjótast.

Far við p-talinum í bankan og fá eina konto (tann føroyska kontoin kann eisini nýtast).

Far á SU-skrivstovuna og gev teimum kontonr. og p-tal (tú hevur sjálvandi langt síðani søkt um SU, men umsóknin verður ikki viðgjørd, fyrr enn tú hevur danskt ptal).

Tekna trygging fyri lutir tínar (minst til at tryggja súkkluna fyri stuldur).

Um tú ongastaðni hevur at búgva, sig so ja til tað, tú fært—tað er ein byrjan.

Um tú fært eitt arbeiði, far so á Toll- & Skattstovuna í nýggju kommununi og søk um føroyafrádrátt (í Norðurlondum).

Minst til, at rættin til føroyafrádrátt hava einans tey, ið eru í útbúgvingarlandinum í lestrarørindum og sostatt tey, ið flyta heim eftir loknan lesnað.

Finn tær innføddar vinir og kenningar—serstakliga á skúlanum, og IKKI bara fylgjast við føroyingum.

Finn føroyingafelagið í kommununi, um tú brádliga fert at sakna føroyingar og føroyska mentan.

Værnepligtslovens §1, stk. 3 (lovbekendtgørelse nr. 1088 af 23. December 1998): ”Den, der er tilflyttet fra Færøerne eller Grønland efter at have opholdt sig der i mindst 10 år, kan af indenrigsministeren eller den statsamtmand, indenrigsministeren bemyndiger til det, fritages for værnepligt. Ansøgningen om fritagelse skal afgives senest 4 uger efter, at den værnepligtige har modtaget pålæg om at møde for sessionen, jf. §13, stk. 2” Tær gomlu treytirnar fyri at sleppa undan herskyldu hjá føroyingum (og grønlendingum) í Danmark vóru, at tú hevði ”serligt tilknýti til Føroyar” og at tú bara ”fyribils var búsettur í Danmark”. ”Serligt tilknýti” til Føroyar innibar at minst eitt av foreldrunum skuldi vera føtt í Føroyum, meðan tað einki hevði at siga hvar tú sjálvur var føddur. Hetta kundi gerast ein trupuleiki hjá monnum, ið eru føddir og uppvaksnir í Føroyum, og tí kenna seg sum føroyingar, men har hvørgin av foreldrunum var føddur í Føroyum. Undantak kundi tó gerast, eisini um bæði foreldrini vóru fødd í Danmark, men tá skuldi helst søkjast í góðari tíð. Treytin um ”fyribils uppihald” í Danmark var ikki altíð líka einføld at avgera. Her mátti ’Værnepligtstyrelsen’ meta í hvørjum einstøkum føri, um persónurin leyk treytina.

54

Pisan 2004

Tó var tað greitt, at føroyingar, ið einans vóru niðri í útbúgvingarørindum, sluppu undan. Men eftir lokna útbúgving er ringt at siga, hvat er fyribils. Er tað 2 ár, ella 10? Føroyingar koma eisini viðhvørt niður at arbeiða eina tíð, og hvør einstakur persónur skal metast av herskyldu-stýrinum. Grundað á fyrisitingartrupuleikar eru treytirnar tí broyttar. Tann 1. januar 1999 kom omanfyri standandi lóg í gildi. Hetta inniber, at tú kanst søkja um at verða frítikin frá herskyldu í Danmark, við at vátta, undir revsilógarinnar §163, at tú í alt hevur búð 10 ár í Føroyum – ikki er neyðugt, at tað hevur verið samanhangandi. Rúnar Reistrup

MELDA TEG INN Í MFS!

urskifti. við uppgávuskriving.

vu um føroysk viðurskifti.


kropsliga venjing eisini fríska luft at vakna av. Ein súkkla er sostatt ein tann besta íløgan, tú kanst gera sum lesandi í Danmark, sjálvt um almenna ferðasambandið er rættiliga væl útbygt og lætt at brúka.

Íbúðarviðurskifti Mangar eru ræðusøgurnar um íbúðarviðurskiftini uttanlanda, t.d. í Keypmannahavn, har íbúðarneyðin hjá teimum lesandi helst er tann størsta. Tí er neyðugt at fara tíðliga til verka, um tú veitst, hvar tú skalt byrja at lesa. Bíðirøðirnar eru langar, og tað krevur mót, orku og ikki minst tolni, um tú vilt tryggja tær eitt stað at koma til, tá tú flytir av landinum – men tað eru tey fægstu, ið flyta heimaftur vegna manglandi bústað... Vit hava valt Danmark/Norðurlond, Bretland og USA sum dømi, men tørvar tær neyvari upplýsingar ella upplýsingar um onnur lond, set teg so í samband við MFS og/ella vitja heimasíðuna hjá Altjóða Skrivstovuni, á www.ask.fo Danmark/Norðurlond Í donsku stórbýunum sum Keypmannahavn og Århus kann vera ringt at fáa kamar ella íbúð, meðan t.d. Odense veitir trygd fyri, at lesandi uttan tak yvir høvdið fáa eitthvørt at búgva í innan 3 dagar. Sostatt eru íbúðarviðurskiftini ógvuliga ymisk frá býi til bý. Flestu norðurlendsku lestrarbýirnir hava tó eina skipan, ið gevur tær møguleikan at skriva teg á ein bíðilista til at fáa eitt kamar ella eina íbúð. Tú kanst skriva teg upp, tá ið tú hevur funnið útav, hvagar tú ætlar tær, men umsóknin (í Danmark) verður tó vanliga ikki gjørd virkin fyrr enn 4½ mð. innan lestrarbyrjan. Hent heimasíða: www.ungdomsboliger.dk Fyri Norðurlond sum heild: www.abo.fi/norden og www.nsbo.org

USA Eins og í Bretlandi er vanligt, at amerikonsku lærustovnarnir bjóða tær innivist saman við upptøkubrævinum, og eisini her snýr tað seg aloftast um “campus”. Flestu fyrstaársnæmingarnir velja at búgva á útbúgvingarstaðnum, tí tað hevur fíggjarligar fyrimunir, umframt at tú hevur størri møguleika at koma í samband við onnur lesandi. Fleiri hægri lærustovnar krevja eisini, at tú býrt á staðnum fyrsta árið. Kostnaðurin fyri at búgva á “campus” er ógvuliga ymiskur, men tú skalt rokna við at gjalda USD 5.000 um árið, íroknað mat. Hetta svarar til uml. kr. 2.900 um mánaðin. Hent heimasíða: www.usastudyguide.com

Hvussu skal eg húsast? Kamar Um tú ert stakur, tá tú fert av landinum í útbúgvingarørindum, er lættast at fáa innivist í einum kamari, annaðhvørt á einum kollegii, ella privat. Tó er aloftast bíligari at leiga sær kamar á einum kollegii, har leigan vanliga liggur um kr. 1.500-2.500 um mánaðin. Um tú leigar eitt kamar frá

Bretland Flestu hægri lærustovnar í Bretlandi hjálpa altjóða næmingum at fáa tak yvir høvdið – nógvastaðni fært tú saman við upptøkubrævinum tilboð um bústað, og aðrastaðni eigur tú skjótast gjørligt at venda tær til bústaðarávísingina á útbúgvingarstaðnum fyri at finna útav, um tey kunnu tryggja tær bústað, tá ið tú skalt byrja. Bústaðartilboðini frá lærustovnunum eru ofta kømur, ið eru knýtt at lærustovnunum og liggja tætt við - hetta verður eisini nevnt “campus”. Ein vegleiðandi kostnaður fyri kamar uttan fyri London er kr. 2.200 um mánaðin. Hent heimasíða: www.ukcosa.org.uk Annika

24

Pisan 2004

Bústaðarviðurskifti Í størru býunum eru bústaðarviðurskiftini í løtuni ikki av teimum bestu, kanska serliga ikki í Keypmannahavn, har bíðilistarnir bæði til lestraríbúðir o.a. eru ómetaliga langir. Tíbetur fyri okkum kann sigast, sleppa vit sum føroyingar høgt upp á bíðilistan av tí at vit búgva so langt frá útbúgvingarstovninum. Við hesum er tó ikki sagt, at tú ert tryggjað bústað frá lestrarbyrjan, og mong kenna tunga túrin inn á skrivstovurnar, sum umsita lestrarbústaðir.

Katrin

Eins og aðrastaðni kring heimin eru danir eisini farnir at ganga heilt nógv á kafé, og so skjótt sólin um várið sendir nakrar smædnar strálur av himni, so verða borð og stólar sett útum. ”Fortovskaféir” eru sostatt partur av donsku gerandismyndini, ikki minst í stóru lestrarbýunum Keypmannahavn, Århus, Aalborg og Odense, og eru tað ikki minst tey lesandi, sum vitja hesi støðini. Sjálvt um Keypmannahavn ber dám av stórbýi, so er skjótt at sleppa burtur úr bilosinum inni í býnum. Størri enn so er býurin ikki! Á súkklu skalt tú neyvan nýta meira enn 30 min. til nærmastu strondina ella skógin, og við toki er sjálvsagt nógv skjótari. Um tú tískil ikki hevur hug at búgva inni í býnum, so er eingin trupulleiki at seta búgv í einum forstaði og so koyra í toki ella bussi inn í býin til undirvísing. Ikki er neyðugt at seta fleiri tímar av til flutning, um so er! Tín besti vinur Tað er ikki uttan orsøk, at vit føroyingar nevna Danmark fyri Flatlond. Brekkurnar og fjøllini eru ikki nógv og tí kann ein súkkla gerast kærkomin vinur. Tá tú hevur vant teg við at ferðast á tveimum hjólum kring býin, sært tú skjótt, hvussu stórar fyrimunir tað hevur við sær. Tað er í veruleikanum oftast minst líka skjótt at súkkla sum at ferðast við toki ella bussi og so eru síðuvinningarnir heldur ikki uttan týdning. Tað er fyrst og fremst so nógvar ferðir bíligari í longdini og so fært tú umframt

Eitt fjøltáttað land Tað er kanska í so nógv sagt at rópa Danmark eitt multietniskt land, men eins og í nógvum av hinum londunum í Europa eru lutfalsliga nógvir tilflytarar seinnu árini komnir til landið. Her er talan um beinleiðis tilflytarar úr øllum heiminum, men eisini hevur verið tikið ímóti lutfalsliga nógvum flóttafólki. Hetta er sjálvsagt við til at seta dám á gerandismyndina, serliga í størru býunum. Fólkini taka í nógvum førum egna mentan við til landið og hevur hetta serliga gjørt matstovuyrkið meira litríkt. Tú finnur tískil bæði afrikanskar, turkiskar, nepalesiskar, brasilianskar og australskar matstovur, umframt tær meira vanligu italiensku og meksikansku. Halalslaktarar og bíligir grønthandlarar eru á hvørjum gøtuhorni og geva tær møguleikan at sleppa ein stuttan túr til Miðeystur gjøgnum tónleikin, luktin av orientalskum kryddaríum og øðrum eksotiskum matvørum. Úr Danmark er lætt at ferðast til onnur lond í Europa, og danir ferðast rættiliga nógv. Á hvørjum ári verður peningur settur av til minst eina uttanlandsferð, og hjá mongum er eisini ein skíðferð obligatorisk á hvørjum ári. Hesum gera lesandi útisetar sær eisini dælt av, nú teir sleppa undan at gjalda dýra ferðaseðilin úr Føroyum afturat. Skjótt og bíligt er t.d. at fara eitt langt vikuskifti til París ella Rom, men eisini er lætt at taka teltið við sær ein túr yvirum Oyrasundsbrúnna til Svøríkis. Og so at enda… Tað tekur bert góðar tveir tímar við flogfari at koma heim til Føroya at vitja mammuna!!! Katrin D. Apol

Pisan 2004

53


skúlar, dansifeløg, róðrarfeløg, listafeløg, andaligir felagsskapir o.s.fr., so í veruleikanum kanst tú í stóran mun halda fast við ítrivini heimanífrá saman við øðrum føroyingum. Dansikvøld, konsertir, róðrarstevnur, listaframsýningar o.a. verða eisini skipað eftir føroyskum leisti og við føroyskum tilfari fleiri ferðir á hvørjum ári. Hetta er tó sjálvsagt tengt at, at tú velur ein av størru lestrarbýunum, har grundarlagið fyri føroyskum felagsskapum og tiltøkum er størri. Í veruleikanum so ber væl til at lesa í eitt nú Keypmannahavn uttan sum so at koma í samband við danska samfelagið – harvið ikki sagt, at hetta verður viðmælt. Tú kanst lættliga varðveita ein gamlan vinarbólk heimanífrá, í frítíðini kanst íðka ítrótt við føroyingum, ganga á føroyskari kaffistovu, vitja føroyskar listaframsýningar, drekka føroyskt øl, fara á føroyskt diskotek o.s.fr. Tá ið goymslan av føroyskum matvørum er uppi, ber enntá til at keypa eitt nú turran fisk. Føroyska felagslívið er tó til at sleppa uttanum. Valið er fult og heilt upp til tann einstaka, tí tað ber væl til at lesa í Danmark uttan yvirhøvur at hava samband við aðrar føroyingar. Um tú býrt í eitt nú Århus ella Keypmannahavn, skalt tú bara halda teg burtur frá stóru kollegiunum, ávíkavist Skjoldhøj kollegiet og Øresundskollegiet, ið hjá summum virka sum lítil føroysk bygdarsamfeløg, har fólk alla tíð ganga á gátt hjá hvør øðrum. Sjálsagt er rættiliga sannlíkt, at tú hittir onkran føroying á gøtuni, men á sum heild er lætt at liva og skipa seg sum einsamallan føroying á sama hátt, sum tú vildi gjørt aðra staðni úti í heiminum. Um tú helst vilt standa á egnum beinum, so er tískil eingin forðing fyri tí. Tað góða er, at í Danmark hevur tú eitt val! Um tú knappliga ein dag fært tørv á einum gomlum vini, so finnur tú hann helst ikki so langt burturi. Útbúgvingarskipanin Danmark fylgir væl við í menningini av altjóða samfelagnum, og eisini á útbúgvingarøkinum er landið høgt í metum. Danmark hevur eitt rættiliga breitt og ikki minst dygdargott útboð av útbúgvingum og útbúgvingarstovnum. Á so at siga øllum økjum kanst tú fáa eina útbúgving á høgum altjóða støði í Danmark. Tann danska og tann føroyska miðnámsskúlaskipanin eru bygdar eftir sama leisti og tískil er lætt at fáa skil á, hvat krevst fyri at sleppa inn á ymsu útbúgvingarnar – bæði tá hugsað verður um karakterir og um kravda støðið í ymsu lærugreinunum. Flest allar útbúgvingar í Danmark eru undir KOT, ið er samskipaða upptøkuskipanin fyri hægri lesnað. Tikið verður upp til

52

Pisan 2004

útbúgvingarnar á tveir ymsar hættir: Kvota 1 og kvota 2, har hugt verður at ávíkavist karakterum og lívsroyndum (les meira um upptøkuskipanina á www.kot.dk). Universitetini eru fleiri og liggja spjadd kring landið í Keypmannahavn, Roskilde, Lyngby, Odense, Århus og Aalborg. Nógvar útbúgvingar verða bodnar út á fleiri universitetum, men eru ikki eins í uppbygnaði alla staðni. Í Aalborg og á RUC í Roskilde verður t.d. stórur dentur lagdur á bólkaarbeiði, og so at siga øll undirvísing verður stýrd út frá hesum, meðan hetta á hinum lærustovnunum verður lagt í hendurnar á tí einstaka. Í Danmark eru eisini tveir handilsháskúlar – annar er í Keypmannahavn og hin í Århus. Sum heild kann sigast, at flestu stóru útbúgvingarstovnarnir liggja í størstu býunum, tó eru m.a. læraraskúlar, pedagogskúlar, fysioog ergoterapeutskúlar og maskinmeistaraskúlar eisini at finna í smærru býunum kring landið. Danir Føroyingar eru ofta fullir í fordómum, tá talan er um danir. ”Teir tosa so nógv og eru so yvirfladiskir” ljóða klichéirnar, sum eru at hoyra millum føroyingar. Við fyrsta eygnakast kann hetta tykjast vera rætt, men um tú hyggur nærri, so vísir tað seg ofta, at samband er millum upprunan hjá fólki og talutíttleikan. Ofta eru tað stórbýarfólkini, sum tosa mest, meðan hini kanska ikki eru so nógv øðrvísi enn eitt nú føroyingar. Tí sigst eisini, at føroyingar hava lættari við at knýta vinarbond við donsk ”bygdarfólk”. Um tú tó sært burtur frá, hvussu væl t.d. kjøpinhavnarar eru skornir fyri tungubandið, so eru vit helst ikki so ólík kortini. Vit eru heima í Føroyum vaksin upp við donskum sjónvarpssendingum, donskum undirvísingartilfari og vit flenna gjarna at Linie 3 og syngja ”vi er røde, vi er hvide” undir liðini á teimum, tá danir eru umboðaðir í altjóða fótbóltskappingum. Vit hava helst nógv meira til felags við danir, enn vit vilja viðganga, harav ein rættiliga grundleggjandi fyrimunur kann vera ein heldur eins humor. Frítíðin Sjálvt um Danmark er eitt lutfalsliga lítið land, so eru møguleikarnir óteljandi, um hugsað verður um frítíðarítriv. Sjálvandi er hetta tengt at hvørjum býi tú lesur í, men størru býirnir hava alt, tú kanst vænta av einum stórbýi. Tú kanst m.a. standa á vatnskíðum, rógva í kajakk, ganga til dans, spæla íshockey, boksa ella onnur kanska minni kropsliga krevjandi ítriv so at ganga til vín- ella ølsmakking, til sjónleik, ballett ella kanska opera. Ja, møguleikarnir eru óteljandi!

Katrin

privatum útleigara, er vandi fyri, at tú kemur at gjalda ein okursprís fyri fáar fermetrar. Studningurin skal røkka langt, so royn fyrst og fremst at fáa eitt kamar á einum kollegii. Um bíðitíðin er alt ov long, og eingir aðrir møguleikar eru, kann gerast neyðugt at leiga eitt kamar í privatum heimi at byrja við. Her skalt tú so ansa eftir, at tú ikki verður snýtt/ ur. Ymiskt er, hvussu kømurini á kollegium eru onkur hava egnan køk og wc, meðan onnur hava felagskøk og –wc. Lesandi, ið hava felagskøk, halda flest øll, at tað er sera hugnaligt at gera mat og at eta saman um kvøldarnar, og harumframt er lættari at koma í samband við fólk. Á flestu kollegium er gott studentalív, og hetta tykist serliga vera galdandi fyri tey, ið deila ein part av gerandisdegnum við øðrum. Leiguíbúð – á kollegii Leiguíbúðir eru eisini á flestu kollegium, eitt, tvey- og í summum førum trýrúmsíbúðir. Eittrúmsíbúðirnar eru vanliga eitt sindur størri enn kømurini og hava aloftast egnan køk og egið wc. Hesar eru roknaðar til ein persón, og kostnaðurin liggur um tað sama sum fyri eitt kamar. Tveyrúmsíbúðirnar á kollegiunum eru ætlaðar tveimum persónum, og her er lættast hjá einum pari at fáa innivist. Støddin á íbúðunum er ógvuliga ymisk frá staði til stað, men ein vanlig tveyrúmsíbúð er uml. 45-55 fermetrar við egnum køki og wc. Kostnaðurin er somuleiðis ikki tann sami allastaðni, men ein hóskandi prísur fyri eina tveyrúmsíbúð, sum er 50 fermetrar til støddar, er uml. kr. 3.300 Trírúmsíbúðirnar eru ikki nógvar í tali á flestu kollegiunum, og eru tær ætlaðar einum pari

við barni. Tær eru eitt sindur størri enn tveyrúmsíbúðirnar, og kostnaðurin uml. kr. 4.000-4.500. Leiguíbúð – í íbúðarfelagi Umframt leiguíbúðir á kollegium er møguleiki fyri at leiga eina íbúð, ið ikki hoyrir til eitt kollegii. Hetta verður aloftast gjørt við at skriva seg upp á bíðilistar í íbúðarfeløgum, og her er bíðitíðin ofta sera, sera long. Ikki er óvanligt, at donsk børn fáa eitt pláss á bíðilista í dópsgávu, soleiðis at íbúðin er til taks, tá ið tey flyta heimanífrá - bíðitíðin kann vera alt frá hálvum ári til tjúgu ár. Bíðitíðin er tengd at býunum og býarpørtunum, longsta bíðitíðin er í størru býunum, har flest ung eru í somu trongu skóm. Í hesum sambandi skal sigast, at – sum við so nógvum øðrum – so er lættast at fáa íbúð ígjøgnum onkran, ið kennir onkran, ið aftur kennir onkran annan, ið veit um onkran, ið hevur eina íbúð til leigu. Flestu íbúðirnar verða útleigaðar, áðrenn eigararnir nakrantíð fáa tíð at seta lýsing í bløðini. Lutafelagsíbúð Ein lutafelagsíbúð er ein partur av privatum lutafelagi. Um tú keypir ein part av eigindóminum, gerst tú eigari og limur í lutafelagnum, og saman við hinum limunum og eigarunum hevur tú ábyrgd av felags økjum. Av tí at tú skalt gjalda tín part í lutafelagnum, áðrenn tú flytir inn í íbúðina, verður leigan eitt sindur lægri enn fyri leiguíbúðir. Í mun til leiguíbúðir, har at gjalda leigu tykist sum at blaka pening í eitt stórt, svart hol, so er lættari at síggja peningin aftur í lutfelagsíbúðum. Tá ið tú vilt selja tín part av eigindóminum, sum skal ígjøgnum lutafelagið, hevur tú møguleika at

Pisan 2004

25


betra um íbúðina, soleiðis at virðið hækkar. Tú fært upprunaliga innskotið aftur, og á henda hátt kanst tú vinna pening uppá tín part. Vanligt er, at tú stendur á bíðilista til lutafelagsíbúðir, og tað er ikki óvanligt, at tú bert verður skrivað/ur upp, um tú hevur kenningar ella familju, ið búgva í sama eigindómi. Lutafelagsíbúðir eru ógvuliga væl umtóktar, men útboðið samsvarar tíverri als ikki við eftirspurningin. Kostnaðurin á lutafelagsíbúðum er ógvuliga ymiskur frá býi til bý, býarparti til býarpart og er tengdur at stødd, hvussu umhvørvïð er, og um hon er í góðum ella ringum standi. Eigaraíbúð Tað er ógvuliga óvanligt, at lesandi keypa sær eina íbúð, men harafturímóti er ikki óvanligt, at foreldur keypa eigaraíbúðir til børnini, so at tey hava tak yvir høvdið, tá ið lesnaðurin byrjar. Í flestu stóru útbúgvingarbýunum, bæði í Danmark og Bretlandi, eru eigaraíbúðirnar sera dýrar, og tí er hetta aloftast ein vánalig og sera kostnaðarmikil loysn hjá teimum lesandi. Sum við lutafelagsíbúðunum so er kostnaðurin á eigaraíbúðunum tengdur at

bæði stødd, hvussu hon liggur fyri, í hvørjum standi hon er og sjálvandi eisini at íbúðarmarknaðinum. Er stórur tørvur á íbúðum, so verða tær dýrari, og umvent. Eigaraíbúðirnar fáast somuleiðis við, at tú skrivar teg upp á bíðilistar í ymsu íbúðarfeløgunum.

At vera lesandi í Danmark

Búfelagsskapur Um tú flytir inn í ein búfelagsskap, er vanlig mannagongd, at tú fært títt egna kamar og hevur felags køk og wc. Um tú fært tað at rigga saman við hinum, er hetta ein frálíkur íbúðarháttur, og tú fert í øllum førum ikki at kenna teg einsamalla/n. Oftast kemur tú at búgva saman við øðrum lesandi, so tað kann - á nógvar háttir - bjóða uppá eitt ríkt studentalív. Ymiskt er, hvussu nógv tú skalt gjalda fyri eitt kamar – hetta verður í flestu førum ásett eftir støddini á kamarinum í mun til samlaðu leiguna og talið á leigarum. Besti hátturin at koma inn í ein búfelagsskap, er at hyggja eftir uppsløgum á útbúgvingarstøðunum, nærmastu sølubúðum o.s.fr. Annika Helgadóttir Joensen Katrin

Tú heldur kanska longu, at tú kennir landið, søguna, mentanina o.s.fr., men um tú velur Danmark sum lestrarland, gerst tú skjótt klókari. Grannatjóðin í ein landssynning úr Føroyum hevur nevniliga nógv annað og meira at bjóða enn H.C. Andersen, reyðarpylsur, wienarbreyð, Dannebrog og roligans. Hesi seinnu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at føroyingar leita sær út um Ríkisfelagsskapin at nema sær útbúgving, og tí hevur Danmark - sum tað traditionella lestrarlandið hjá føroyingum - ofta verið sett upp ímóti restini av heiminum, tá tosað hevur verið um lestrarlond. Antin kanst tú velja Danmark, ella kanst tú velja restina av heiminum. Sett upp á henda hátt, er tað eyðsýnt, at Danmark beinanvegin kemur í ringt ljós, og at um valið stendur ímillum ”stóru verð” ella løttu pakkaloysnina, Danmark, er ”rætta” valið helst eins eyðsýnt. Tú skalt tó ikki gloyma, at eisini Danmark er partur av ”stóru verð” og kann í roynd og veru vera eitt minst líka spennandi og á mangan hátt eksotiskt lestrarland og tey á øðrum longdar- og breiddarstigum. Tí sjálvt um tú kanska óteljandi ferðir hevur vitjað landið sum ferðafólk, so er tað als ikki tað sama sum at

26

Pisan 2004

vera búsitandi har. Ein sannroynd er tað í øllum førum, at uml. 95% av øllum lesandi føroyingum velja at útbúgva seg í Danmark. Tí er tað heldur einki yvir at dylja, at sannlíkindini fyri at fáa ein føroying sum granna eru so nógvar ferðir størri í Danmark enn aðra staðni í heiminum. Henda tryggleikan og kensluna av ikki at vera so langt heimanífrá dámar nógvum væl, og í fleiri av teim størru býunum ber til at finna lítil føroysk samfeløg. Føroyskt felagslív ella ei Tryggleikin kann í mongum førum vera ein hjálp ta fyrstu tíðina, eftir at tú ert fluttur til býin at lesa, tí nógv er at fáa greiðu á við lestrarbyrjan, bæði pappírarbeiði, ymisk praktisk viðurskifti og so tann obligatoriski mentanarhvøkkurin. Í hesi trongu tíð kann vera gott við góðum, gomlum vinfólki, tá alt annað er nýtt og kanska ikki til at finna høvd ella hala á. Í Danmark eru nógv føroyingafeløg, og eru tey spjadd kring alt landið, men er tað tó rættiliga ymiskt, hvussu væl feløgini virka og hvussu nógv tiltøk verða fyriskipaði. Í stóru býunum eru høli til føroyingar burturav, og eru ymiskir felagsskapir knýttir at húsunum. Fleiri føroysk kór eru kring landið, ítróttarfeløg, føroyskir

Pisan 2004

51


Fróðskaparsetur Føroya Í heyst verður tikið upp til 7 ymiskar bachelorútbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya. Upptøka verður í ár á Føroyamálsdeildini og á Náttúruvísindadeildini.

Lestrartíðin — besta tíð í lívinum! Tá eg fyrstu ferð hoyrdi hesi orðini, risti eg harðliga við høvdinum. Tvætl, hvussu kann tíðin, har eg uttan iva eri mest fátøk, skal sita uppi um næturnar og lesa, verða trýst við uppgávum og próvtøkum, vera besta tíð í lívinum? Um so er, so hevur lívið lítið at bjóða.

Á Føroyamálsdeildini verður tikið upp til BA-lestur í norðurlendskum serliga føroyskum máli og bókmentum. Á Náttúruvísindadeildini verður tikið upp á báðum greinunum, tvs bæði til tær BScútbúgvingarnar, sum byggja á grundútbúgvingina í lív-/evnafrøði, og til BSc-útbúgvingarnar, sum byggja á grundútbúgvingina í stødd-/alisfrøði. BSc útbúgvingarnar eru hesar: ravmagnsverkfrøði, kolvetnisverkfrøði, lívfrøði, matvørufrøði, jarðalisfrøði og í teldufrøði. Upptøkutreytir Upptøkutreyt til BA í Norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum er miðnámsskúlaprógv. Er talan um annað prógv, verður mett um tað í hvørjum einstøkum føri. Upptøkutreyt til BSc lívfrøði og matvørufrøði er B-støðið í støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði. Upptøkutreyt til BSc í ravmagnsverkfrøði, kolvetnisverkfrøði, jarðalisfrøði og teldufrøði er A støðið í støddfrøði, B støðið í alisfrøði og C støðið í evnafrøði

50

Pisan 2004

Ein frálík tíð Nú, nøkur ár seinni, dugi eg væl at síggja sannleikan í setninginum. Gamaní, so eri eg ikki „komin út í lívið” enn, men eitt er vist, lestrartíðin er ein frálík tíð. Fyri tey flestu av okkum, er talan um eitt nýtt lív. Vit búgva ikki heima hjá mammu og babba longur, flest okkara fara í onnur lond, og tey, vit koma saman við, eru at kalla bert ung fólk, sum hava sama gerandisdag sum vit. Føroyska samfelagið andar ikki yvir okkum, sum tað gjørdi, tá vit gingu á miðnámsskúla, og tí gerst tað eisini lættari at finna út av, júst hvør tú ert, og ikki so mikið hvør tú ert í mun til samfelagið. Tann ævigi studenturin Ræðusøgurnar eru eisini nógvar. Søgan um ”tann æviga studentin“ er ein. Ein onnur er søgan um „músina, sum bara lesur og lesur, og sum livir av pasta og ketchup”. Roykur kemur ikki av ongum eldi, men her er mús eisini gjørd til elefant. Jú, vandi er fyri, at tann sosiali parturin lokkar meira enn lesnaðurin, og tí tú brúkar nógv fleiri ár um at gerast liðug/ur enn tann tilmálda, sum lesiætlanin sigur. Summi vilja fegin gerast liðug so skjótt sum til ber og loyva sær tí ikki at njóta tíðina uttanfyri lesnaðin. Flestu okkara finna ein millumveg. Fegin vilja vit blíva liðug, og tí arbeiða vit eisini hart við lesnaðinum. Afturfyri

so geva vit okkum eisini løn fyri harða arbeiði við meira sosialum tímum. Fakidiot ella eldsál? Tá tað kemur til sjálvan lesnaðin, eru fordómarnir mótvegis teimum sokallaðu fakidiotunum ofta nógvir. Ofta hevur tað við sær, at lesandi vilja gera alt fyri ikki at enda sum slíkir fakidiotar - serfrøðingar verða teir eisini nevndir. Talan er aloftast um fólk, ið brenna so mikið fyri tí tey lesa, at tey hava ilt við at síggja heimin uttan fakbrillur. Tó munnu vit øll hava ein lítlan fakidiot goymdan í okkum. Kanska er hann ikki so sjónligur í gerandisdegnum, men hann er har. At sita í kantinuni eftir loknan fyrilestur og tosa við floksfelagarnar um evni, ið vóru frammi í fyrilestrinum. Brádliga at finna út av, at tú hevur sitið í skjótt tveir tímar og kjakast um sama evnið við somu persónar, sjálvt um tú í veruleikanum hevði frí. Tað er í sjálvum sær ein stór frøi. At sita og nikka játtandi, tá ein serfrøðingur úttalar seg í sjónvarpinum hevur somu positivu ávirkan á sinnið. Í teimum mongu bókunum, tú lesur í teimum ymsu fakunum, stinga ofta nøvn á høvundum seg upp, ið ikki beinleiðis eru partar av pensum. Undirvísararnir ráða tær ofta til at lesa hesar høvundar, men av tí at pensum ofta er risastórt, sært tú onga orsøk til at lesa hesar eisini. So ein dag kemur tú framvið ein bókhandil, og bók hjá hesum høvundi er á tilboð, og áðrenn tú veitst av, hevur tú keypt bókina. Enn verri er tað at tú í berum forvitni lesur hana, sjálvt um tú hevur úr at gera. Ert tú tá fakidiot ella eldsál? Sissal Kj. Kristiansen

Pisan 2004

27 Halla


Pasta og ketsjupp—ein myta? Mánaðurin hálvrunnin og ikki eitt oyra eftir av studninginum! Eitt evarska lítlið kollegiekamar, sum fer við meira enn helminginum av einastu mánaðarligu inntøkuni – SU. Bøkur eru dýrar, og um tú hevur hug til biograf og annað tílíkt, ja, so er ikki nógv eftir til dagligt breyð. Fyri framman stendur so enn ein mánaður við pasta og ketsjupp á matarkortinum! Er hetta ein myta, at lesandi í stóran mun savna sær kolhydratini í gjøgnum pasta og ketsjupp? Er fíggjarstøðan veruliga so ring hjá teimum, sum eru undir útbúgving? Ræðusøgurnar Tú hevur óivað hoyrt onkran í foreldrageneratiónini tosa um, hvussu neyðugt var at venda hvørjari krónu, tá tey vóru undir lestri, og um hvussu innbúgvið einamest var sett saman av gomlum ølkassum úr træi. Ja, skjótt kann vera at mála “Hin Illa” á veggin, og tú aftrar teg møguliga at fara undir lestur av somu orsøk. Hetta eigur tó als ikki at ræða teg, tí so ring er støðan hóast alt ikki. Sjálvandi er stórur munur á, alt eftir hvar í heiminum, tú lesur. Eisini spælir tað ein ávísan leiklut, hvussu langt tú hevur í skúla, og tískil hvusssu nógvan pening tær nýtist at brúka til flutnning. Tað er tó helst einki annað land í heiminum, sum veitir eins góðan og stóran lestrarstuðul sum júst Danmark, sum eisini veitir tær stuðul, um tú lesur uttanfyri Føroyar. Hetta inniber tó ikki, at tú livir nakað luksuslív við tínum SU.

Tilvenjing Tú hevur møguliga verið burtur frá skúlanum í nøkur ár, og hevur tískil vant teg við at umsita lutfalsliga nógvan pening til egna nýtslu og sokallað luksus. Tað kann tí vera eitt stórt umskifti brádliga bert at hava lítlan brotpart av hesum peningi at klára seg fyri. Tí eru fyrstu ráðini, at tú skalt savna tær eina hampuliga stóra uppsparing, sum tú kanst hava at taka til, um tað gerst neyðugt. Tí satt er tað, at tað kann vera tungt at fáa endarnar at røkka saman einans við SU.

Søga, mentanarfrøði og samfelagsfrøði Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum ber til at taka bachelorprógv í ávikavist søgu- og mentanarfrøði og í stjórnmálafrøði. Lesturin er skipaður soleiðis, at fyrsta árið er felags, meðan hini bæði árini eru fyri seg. Bachelor- og masterútbúgvingin á Søgu- og samfelagsdeildini geva undirvísingarførleika í søgu ella stjórnmálafrøði á miðnámsskúlum og á hægri skúlum og lærustovnum. Útbúgvingin gevur góðar starvsmøguleikar har hollur kunnleiki í føroyskari søgu og føroyskum samfelagsviðurskiftum er krav, t.d. í fjølmiðlum, fyrisiting og á granskingarstovnum. Umsóknarfreist og upptøkukrøv Freistin at søkja um upptøku til lestur á Fróðskaparsetrinum í 2004 er 1. juli. Svar verður sent umsøkjarum seinast í juli. Lesturin byrjar um mánaðarskiftið august/ september. Upptøkukrøvini eru miðnáms-útbúgving ella líknandi. Á Náttúruvísinda-deildini verður harumframt kravt ávíst støði í nøkrum lærugreinum: Til stødd-/alisfrøði-breytina er kravið A-støði í støddfrøði, B-støði í alisfrøði og C-støði í evnafrøði. Til lív-/evnafrøðibreytina er kravið B-støði í stødd-, alis- og evnafrøði.

Tað ber til Sjálvdisciplin og tilrættislegging eru av stórum týdningi, um einasta inntøkan er SU. Harvið er so eisini sagt, at tað ber til! Eisini uttan at tú skalt seta spartanska rættin við pasta og ketsjupp á menu´ina fleiri ferðir um vikuna. Tað er sjálvsagt ein spurningur um raðfesting. Tú sært skjótt, at tað kann verða neyðugt at droppa nakað av tí verðsliga fyri at hava ráð at keypa tær bøkurnar, tú hevur brúk fyri. Tí man vera best við eini uppsparing til fyrstu tíðina, tá nógvar stórar og dýrar grundbøkur skulu keypast. Nevnast kann, at um tú t.d. lesur løgfrøði ella medisin skalt brúka nakrar túsund krónur til bøkur á hvørjum ári. Um tú hevur langan veg í skúla, kann vera neyðugt at keypa sær buss-kort, og tað kann kosta rættiliga nógv. Um tað tí á nakran hátt ber til, er ofta nógv bíligari í longdini at keypa sær eina súkklu. So fæst eisini eitt sindur av frískari luft umframt “motión”. Kanska ert tú ikki vanur við at gera egin innkeyp, og tað er sannniliga

Visti tú at....   á Setrinum eru 163 innskrivaðir studentar  á Setrinum eru tilsamans 9 BA/BS-útbúgvingar 2 MA útbúgvingar   á Setrinum er 7 Ph.D. studentar  á Setrinum eru 20 vísindafólk  á Setrinum eru 5 professarar  á Setrinum eru 6 adjungeraði starvsfólk  á Setrinum eru sera góðir møguleikar at sleppa til hini Norðurlondini. Tú kanst fara á norðurlensk skeið og lesa á universitetunum í grannalondunum umvegis Nordplus skipanina.   játtanin hjá Setrinum er 19,4 milliónir   heimasíðan er: www.setur.fo   Telefonirnar eru: Føroyamálsdeildin 35 25 20 Náttúruvísindadeildin 35 25 50 Søgu- og samfelagsdeildin 35 25 80 Setursskrivstovan 35 25 00

Katrin

28

Pisan 2004

Katrin

Pisan 2004

49


FRÓÐSKAPARSETRIÐ – ein føroyskur møguleiki Fróðskaparsetur Føroya bjóðar:

 

Nám á altjóða stigi, við góðum møguleika hjá hvørjum einstøkum studenti at vera í fokus og seta sín dám á undirvísingina. Undirvísing á føroyskum við støði í føroysku náttúruni, umhvørvinum, mentanini, listini, søguni, bókmentunum, málinum - stutt og greitt so bjóðar Fróðskaparsetrið heimsins bestu undirvísing í Føroyum.

Endamálið hjá Fróðskaparsetrinum er at bjóða undirvísing á hægsta stigi. Fróðskaparsetrið er einasta universitet í heiminum, sum bjóðar undirvísing við støði í føroyskum viðurskiftum og føroyskari gransking. Sum lesandi á Fróðskaparsetrinum verður tú partur av einum úrvaldum liði. Fjarstøðan millum studentarnar og undirvísarar er lítil, og tú situr ikki sum ein av 267 í stórum undirvísingarhølum. Tú hevur møguleikan at koma í dýpdina við júst teimum spurningunum, sum tú heldur vera mest áhugaverdar. Útbúgvingartilboðini Á Setrinum eru tríggjar megindeildir. Deildirnar taka ikki studentar upp á hvørjum ári, men eftir plássi og fíggjarligari orku. Føroyamálsdeildin hevur bachelor og masterútbúgvingar í føroyskum/ norðurlendskum máli og bókmentum. Náttúruvísindadeildin hevur bachelorútbúgvingar í ravmagnsverkfrøði, kolvetnisverkfrøði, jarðalisfrøði, teldufrøði, matvørufrøði, lívfrøði og kunningartøkni. Søgu- og samfelagsdeildin hevur bachelorútbúgvingar í stjórnmálafrøði og søgu- og mentanarfrøði og masterútbúgving í søgu- og mentanarfrøði. Føroyskt mál og bókmentir Á Føroyamálsdeildini kanst tú taka eina fullfíggjaða masterútbúgving við høvuðsgreinalestri í máli og bókmentum. Talan er um eina sera fjølbroytta og væl dagførda útbúgving. Bachelor- og masterútbúgvingin geva undirvísingarførleika í føroyskum máli og bókmentum á miðnámsskúlum og á hægri skúlum og lærustovnum. Útbúgvingin gevur góðar starvsmøguleikar, har hollur kunnleiki í føroyskum er krav, t.d. í fjølmiðlum, fyrisiting

48

Pisan 2004

og á granskingarstovnum. Vanliga tekur deildin upp til lestur annað hvørt ár. Í ár verður tikið upp til BA lestur í norðurlendskum serliga føroyskum máli og bókmentum Náttúruvísindi Á Náttúruvísindadeildini eru tvær lestrarbreytir. Báðar enda við Bachelor of Science (B.Sc) prógvi. Onnur breytin er lív-/evnafrøðilig, hin er stødd-/alisfrøðilig. Tað eru 6 ymiskar bachelorútbúgvingar (B.Sc.) í útbúgvingarskránni á Náttúruvísindadeildini. Á lív-/evnafrøðiligu breytini eru útbúgvingarnar B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í matvørufrøði. Á stødd-/alisfrøði breytini eru útbúgvingarnar B.Sc. í kolvetnisverkfrøði, B.Sc. í ravmagnsverkfrøði, B.Sc. í teldufrøði og B.Sc. í jarðalisfrøði. Verkfrøðingaútbúgvingarnar taka 3½ ár, meðan hinar taka 3 ár. Bachelorútbúgvingarnar innan náttúrufrøði og verkfrøði frá Náttúruvísindadeildini geva góðar starvsmøguleikar innan fleiri vinnugreinir, millum annað frálandavinnuna, KT-vinnu, fjarskifti, ídnaðarmenning og innan aðrar vinnugreinir, ella í fyrsitingarstørvum, sum krevja holla vitan innan náttúruvísindi og tøkni og verkfrøði. Eisini geva útbúgvingarnar saman við høvuðsgrein undirvísingarførleika í miðnámsskúlum og á hægri skúlum. Í summar vera nýggir studentar tiknir upp til BS útbúgvingarnar á báðum breytunum Afturat hesum er ein B.Sc. í KT-frøði, sum er ein útbúgving, skipað sum „Opið Setur“; hetta er 2½ ára hálvtíðarlestur omaná teldustøðingaútbúgvingin (datamatikara-útbúgving) ella líknandi. Útbúgvingin er skipað sum hálvtíðarlestur, so studentarnir kunnu vera í vinnu hálva tíð, meðan teir taka útbúgvingina.

eisini nakað, sum krevur venjing. Neyð lærir tó sum kunnugt nakna kvinnu at spinna, og skjótt finnur tú fram til, hvussu nógv pengapungurin hjá tær orkar. Um tú býrt á kollegii við felagskøki, ber ofta til at sleppa við í ein sokallaðan matbólk. Tá verður matgjørt til nógv fólk í senn. Á henda hátt ber til at spara nógvan pening til mat. Eitt hugskot kann vera at leggja eina mánaðarliga fíggjarætlan. Kanska flennir tú bert við tankan og hugsar : „Sovorðið danskt fjas at venda hvørjari krónu“. Veruleikin er tó tann, at tað kann løna seg í síðsta enda! Set tær t.d. fyri at kanna tína eginnýtslu í ein mánað ella tveir. Soleiðis gerst tú greið/ur yvir títt egna brúksmynstur og sært óivað skjótt, á hvørjum økjum tú kanst ella eigur at spara. Hvat ger tað tá, um tú henda eina ella tveir mánaðirnar gav tær far um, hvat peningurin fór til?

liðug/ur at lesa. Minst tó til, at tað SKAL rindast aftur. Kokkaevnini einasta forðingin Fyri at venda aftur til spurningin, sum settur varð í fyrstuni, so man niðurstøðan vera tann, at um tú hevur hugflogið og evnini til matgerð, so er als ikki neyðugt at seta pasta og ketsjupp á borðið fleiri ferðir um vikuna. Tað er í veruleikanum ein spurningur um raðfesting, sum við so mongum øðrum. Sjálvandi er ymiskt, hvørjar fastar útreiðslur fólk hava, og teinurin millum heim og skúla hevur stóran týdning, tí flutningur er ofta dýrur. Uttan iva fært tú tó ráð at seta eina steik á borðið við hvørt. Katrin D. Apol

Arbeiði við síðuna av Ein møguleiki er sjálvandi at fáa sær arbeiði við síðuna av lestrinum, men her eigur tú at vera varðin. Tað kann vera torført at koma inn í eina lesirútmu og eitt arbeiði kann órógva almikið. Best er helst at bíða við at byrja at arbeiða, til tú hevur funnið ein góðan arbeiðshátt og lært at leggja tær tíðina til rættis. Tá er, sum áður nevnt, gott við eini uppsparing. Eisini skal havast í huga, at talan í ongum føri kann vera um eitt fulltíðararbeiði, sjálvt um undirvísingartímarnir kanska ikki eru so nógvir. Fáir tímar merkja nevniliga ofta, at tú í staðin skalt nýta nógva tíð eftir skúlatíð til fyrireiking og lestur. Metast má í hvørjum einstøkum føri um, hvussu nógv tú kanst loyva tær at arbeiða við síðuna av. Eisini ber til at leita sær vegleiðing hesum viðvíkjandi á teim ymisku lestrarstøðunum. Seinasti útvegurin Ógvuliga nógv lesandi velja at taka SU-lán fyri at stuðlu uppundir fíggjarliga. Hetta er sjálvsagt eitt ógvuliga kærkomið tilboð til teirra, sum av onkrari orsøk hava tað fyri neyðini. Tú mást tó ansa eftir ikki bara at fella fyri freistingini, tí peningurin skal eisini rindast aftur. Nógv eru tey, sum hava hugsað, at tey einans ætla sær at taka láni í einar tveir mánaðir fyri at sleppa uppundan. Hesir tveir mánaðirnir gerast skjótt fleiri og áðrenn tú veitst av tí, stendur tú í stórari skuld. Tí eigur tú at hugsa teg væl um, tá tú velur at taka av lestrarláninum. Fyrimunurin við einum lestrarláni fram um onnur lán er tó stórur. Rentan er lág, og tær nýtist ikki at rinda lánið aftur, fyrr enn tú ert

Pisan 2004

29


hvussu tú hevur tað og sigur tær, hvat undirvísingin snúði seg um í dag o.s.fr. Sosial samvera við teimum, tú lesur saman við, kann eisini hjálpa tær at skapa tær ein útbúgvingarsamleika. Tey evni, tosað verður um, tá tú ert saman við lestrarfeløgum, eru nevniliga ofta tengd at útbúgvingini. Henda møguleikan hevur tú ikki, um tú – sum føroyingar flest – helst heldur saman við øðrum føroyingum.

Katrin

Sigmund

Katrin

Lesandi við børnum Fyri nýklaktu pisuna er tað eitt stórt stig at taka, tá ið farið verður undir hægri lestur. Nógvar avgerðir skulu takast, bæði viðvíkjandi vali av lesnaði og eisini hvør karmurin um lesnaðin skal vera. Spurningurin er, um ein torir at hætta sær út um føroysku landoddarnar langt burturi frá øllum tí kenda og trygga. Allir hesir trupulleikar tykjast óivað enn størri, um ein eisini hevur eitt ella fleiri børn at taka sær av, tí tá koma fleiri ivamál afturat teimum vanligu. Hvussu fer barnið at trívast? Kann lestrarlív og familjulív yvirhøvur sameinast? Harafturat eru eisini tey fíggjarligu viðurskiftini, sum kunnu ræða. “Kann eg klára meg við útbúgvingarstuðli einans?” Svarið til tann spurningin er nei, men tað nýtist tær heldur ikki! Fíggjarlig viðurskifti Um ein gerst við barn undir lestri, so fáa bæði mamman og pápin eyka SU klipp. Mamman fær 12 eyka klipp, sum svarar til 1 ár eyka SU, og pápin fær 6 eyka klipp, sum svarar til ½ ár eyka SU. Um ein hevur átt barn upp til 12 mánaðir, um ein er mamma, og upp til 6 mánaðir, um ein er pápi, áðrenn útbúgvingin byrjar, so kann ein eisini fáa nøkur eyka SU klipp. Hvussu nógv klipp, tú kanst fáa, er tengt at, nær barnið er føtt, í mun til nær útbúgvingin byrjar. Allar hesar reglur kanst tú lesa meira um á heimasíðuni hjá SU, www.su.dk. SU skipanin loyvir eisini lesandi við børnum at arbeiða meira enn onnur, men hetta er neyvan nakar fyrimunur, tí tað er ikki víst, at stundir

30

Pisan 2004

er til nógv arbeiði, tá ið ein hevur børn umframt lesnaðin. Øll foreldur, uttan mun til hvussu stóra inntøku tey hava, fáa barnakekkin, sum verður útgoldin hvønn ársfjórðing. Upphæddin er 3.225 kr. um ársfjórðingin fyri børn í aldrinum 0-2 ár. Fyri børn í aldrinum 3-6 ár er upphæddin 2.925 kr og fyri børn í aldrinum 717 ár er upphæddin 2.300 kr. Frá kommununi er møguligt at søkja um “Børnetilskud til uddannelsessøgende forældre”. Upphæddin er treytað av inntøku, men kann í mesta lagi vera 5.300 kr. um árið. Um tit hava rætt til “boligstøtte” frá kommununi, so verður hesin stuðul størri, tá ið ein hevur børn. Men bæði “boligstøtte” og “ekstraordinært børnetilskud” eru treytað av inntøku. Gjald av barnaansingarplássi er eisini treytað av inntøku. So um ein bert hevur SU at liva av, so verður plássið goldið av kommununi.

Tað er sera ymiskt, hvussu fólk arbeiða saman, og sostatt eisini hvussu ein lesibólkur kann verða nýttur, so eg taki her støði í egnum royndum hesum viðvíkjandi, sum einfalt dømi um arbeiðslag í lesibólki. Á sumri ´99 fór eg undir at lesa Fólkaheilsufrøði á Universitetinum í Keypmannahavn. Hetta var tá ein spildurnýggj útbúgving, og kanska varð nettupp tí gjørt nógv burtur úr, at tey lesandi skulu trívast væl. Longu á rústúrinum vórðu øll sett saman í lesibólkar, fýra í hvørjum bólki. Soleiðis høvdu vit frá byrjanini eitt netverk á útbúgvingarstaðnum, og nøkur, sum vit kendu serliga væl og kundu miða í móti um morgnarnar, tá vit komu stunandi inn í risastóru fyrilestrahølini á Panuminstituttinum. Fyrstu lestrarhálvuna møttust vit í lesibólkinum eina ferð um vikuna, einar tveir

tímar hvørja ferð, og vit avgjørdu nakrar dagar frammanundan, hvat tað skuldi snúgva seg um. Sum oftast var tað okkurt, vit høvdu lisið ella evni úr fyrilestrunum, og vit avgjørdu so at hetta og hatta evnið skuldu vit hittast og royna at fáa greiðu á. Hetta eydnaðist ikki altíð, men fýra heilar hugsa hóast alt betur enn ein. Haraftrat síggi eg tað sum ein fyrimun, at tað er neyðugt at endurgeva og greiða frá tí, tú hevur lisið, tá tú situr í einum lesibólki. Soleiðis festir vitan seg betur, og tú ognar tær hana á ein heilt annan hátt, enn um tú bara hevur lisið tað í einari bók. Lesibólkurin varð eisini nýttur, tá uppgávur skuldu skrivast. Serliga tey fyrstu árini var tað ein fyrimunur, at vit kendu hvønn annan, so vit sluppu undan at finna okkum nýggjar bólkar hvørja ferð okkurt skuldi gerast í felag. Við tíðini komu vit tó eisini at kenna onnur á útbúgvingini væl, og valdu tískil at arbeiða saman við øðrum eisini. So við og við er tørvurin fyri at hittast blivin minni, so nú hittast vit mest, tá vit lesa til próvtøku. Harumframt eru vit sjálvsagt blivin sera væl eftir at hava lisið saman so leingi, at vit eisini hittast ofta til prát, hugna og til at fara ein túr í býin. Marin Strøm

Ein kann fara inn á heimasíðuna undir teiginum www.netborger.dk “selvbetjening”, her kann ein sjálvur rokna seg fram til, hvussu nógv ein hevur rætt til í “boligstøtte”, “Børnetilskud til uddannelsessøgende forældre” og um ein hevur rætt til frípláss ella stuðul til gjald av plássi á ansingarstovni. Hallbera West

Pisan 2004

47


Familju– og lestrarlív

Lesibólkar

Føroyum. Man lærir seg sjálvan betur at kenna undir øðrum umstøðum. Ein lærir eisini samstundis at seta prís upp á tað, sum man hevur í Føroyum. Tað eru eisini fleiri møguleikar at fara við barninum til ymiskt, um man dugir at gagnnýta hetta. Horisonturin verður eisini víðkaður, børnini spæla bæði við íslendarar og danir. Tað ger, at ein er ikki so snævurskygdur, sum um ein búði í Føroyum.

Bjørg

Katrin

Flestu føroyingar eru lítillátnir, og kanska eitt sindur smædnir at vísa fram síni evni. Tískil kann fyrsta upplivilsið í auditoriunum á hægru lestrarstovnunum kennast sum ein smeitur, tá tú situr millum 50-80 ókend andlit, og dupult so nógvar hendur, sum óført verða havdar á lofti, fylgdar av onkrari meira ella minni klókari viðmerking. “Tá tú fert undir víðari lesnað, kann tann fyrsta tíðin tykjast sum eitt satt kultursjokk!”. Hesi orð hevur nýklakta pisan óivað hoyrt óteljandi ferðir, á lestrarstevnum, á miðnámsskúlanum og kanska eisini frá familju og vinfólkum, ið sjálvi hava royndir á hesum øki. Tey hava tó kanska ikki sagt tær, at eitt, ið kann hjálpa tær í fyrstu ørkymlandi lestrartíðini, er at finna tær ein lesibólk. Ein lesibólkur er – ikki so óvæntað – ein bólkur av lesandi. Hvussu nógv, ið vanliga eru saman í einum lesibólki, er ymiskt. Summa staðni er talan ikki um beinleiðis lesibólkar, men meira um lesimakkarar, t.d. hjá teimum, ið lesa til lækna. Vanliga man tó vera talan um, at 3-5 lesandi á sama árgangi eru í einum bólki. At hava ein lesibólk er aloftast sjálvboðið, eins og tað er upp til tey lesandi sjálvi at finna útav, hvussu ofta tey vilja hittast og hvat, ið hesin lesibólkur skal nýtast til. Tað er vert at kanna, hvussu lesibólkar verða gjørdir á tí útbúgvingini, tú søkir inn á. Summa staðni

46

Pisan 2004

verður tað latið upp í hendurnar á teimum lesandi sjálvi at skipa fyri. Gloym í so fall alt um føroyskt lítillætni og smædni og spyr teg fyri, so tú fært ein lesibólk. Nógvir lesibólkar broytast so við og við, so tað er ikki so, at tú bindur teg til sama bólk eitt heilt lestrarskeið. Eg vil meta, at ein lesibólkur hevur stóran týdning, tá tú ert farin undir hægri lesnað, og tað eru fleiri orsøkir til tess. Fyri tað fyrsta er tað ein fakligur fyrimunur, tí at tú fært gjøgnumarbeitt tað tilfarið, tú arbeiður við á ein betri hátt, so at tú eisini minnist tilfarið betur. Harumframt verður á hægri læristovnunum stórur dentur lagdur á, at tú skalt duga at fyrihalda teg kritiskt til tað, tú lesur ella skrivar. Hesum viðvíkjandi er tað ein stórur fyrimunur, at tú hevur ein lesibólk, har tit kunnu kjakast um lisna tilfarið. Ofta koma onnur sjónarmið fram, ið tú als ikki hevur hugsað um, ella onkur kann hava skilt okkurt á ein annan hátt enn tú – og kanska er okkurt, ið tú als ikki hevur skilt, so tú kanst fáa hjálp frá hinum í bólkinum. Umframt fakligu fyrimunirnar er eisini tann sosiali parturin, ið ikki skal undirmetast. Finnur tú ein lesibólk, ið tú trívist væl í, so hevur tú vunnið tær vinir og eitt netverk, ið kann hjálpa tær alla tína lestrartíð. Kemur tú ikki til fyrilestrar, so er onkur, ið ringir og spyr,

Doris Bjarkhamar er 26 ár og Hjalmar Joensen er 24 ár. Tey eiga eina dóttir, Hildur, sum er 2 ár. Doris lesur stjórnmálafrøði á 4. sem. og Hjalmar lesur til pedagog á 4. sem. Tey búgva á Oyrasundskolleginum í Keypmannahavn. Er torført at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman, tá ið ein er lesandi og hevur eitt barn? Sum heild er tað ikki so trupult. Vit arbeiða í summarfrítíðini, og sum lesandi hava vit jú langa frítíð. “Full skattskylda” ger tað møguligt at vinna 21.000 kr. uttan at gjalda skatt, og tað ger stóran mun. Vit fáa eisini hjálp heimanífrá, um á stendur. Tað er heldur ikki líka nógv býarlív nú, sum tá ið ein ikki hevði børn, so upp á tann mátan, so nýta vit minni pengar nú enn áðrenn. Vit hava ikki so stóra inntøku, men vit hava heldur ikki so nógvar útreiðslur. Eru fyrimunir við at vera í Danmark og lesa? Ì Føroyum eru ikki somu veitingar sum í Danmark. Skipanin niðri er øgiliga góð fyri lesandi. Hetta er serliga galdandi, tá bæði eru lesandi. Tað er soleiðis, at um annar hevur arbeiði og eina hægri inntøku, so minka tær ymisku veitingarnar munandi. Ein verður eisini meira sjálvstøðugur. Í Føroyum eru fólk meira privilegeraði, hava vaskimaskinu, stór hús o.s.fr. Her býr ein saman við nógvum fólki og má læra at laga seg eftir umstøðunum, og tað ger, at ein setir prís upp á onnur ting. Ein er noyddur til at fara avstað á súkklu um morgunin, sjálvt um tað er frystandi kalt úti. Upp á tann mátan eru vit meira privilegeraði í

Eru vansar við at vera í Danmark og lesa? Tað ringasta er, at vit eru so langt vekk frá familjuni í Føroyum, serliga í próvtøkutíð hevði tað verið gott um familjan var nærri, so kundu vit fingið hjálp. Tað kann eisini vera ringt at náa alt, um børnini verða sjúk. Tað er jú torført at fáa alt. Vit vilja fegin hava, at okkara børn skulu vaksa upp í Føroyum. Ein kann ikki lata vera við at hugsa, at tað er tí, hon er so ofta sjúk, tí vit búgva í Keypmannahavn. Tað liggur alla tíðina í bakhøvdinum. Man saknar náttúruna og umhvørvið í Føroyum. Her er meira innilokað. Í byrjanini, eftir at vit høvdu fingið Hildur, kendu vit okkum eisini eitt sindur einsamøll millum vinfólk okkara. Men nú byrja fleiri av teimum eisini at fáa børn, og tað ger stóran mun. Hvussu er kollegiilívið, tá ið tit hava eitt barn? Her eru nógv børn, og tískil nokk av børnum at spæla við. Tað er gott samanhald á gongini hjá okkum. Vit passa børn fyri hvønn annan. Hurðarnar standa opnar, tað er ógvuliga óformelt, og man kan lána frá hvørjum øðrum. Soleiðis er tað ógvuliga “føroyskt”. Her á Oyrasundskolleginum eru eisini nógvir fasilitetir so sum vaskirúm, spælirúm, spælipláss og føroyskur sunnudagsskúli. Tað er tó ikki nógv pláss, og eitt sindur av larmi er í vikuskiftunum. Tað er sum heild ikki so privat, og ein býr tætt upp at øðrum. Tað er lættari at búgva á Oyrasundskollegiinum, enn um vit nú búðu onkra aðrastaðni, tí her hava vit eitt størri netverk. Eru fyrimunir við at vera lesandi og hava børn? Ja, frælsið og tað at ein passar seg sjálvan. Hetta er serliga galdandi fyri Doris, sum ikki hevur møtiskyldu í skúlanum. Hjalmar hinvegin er viðhvørt í starvsvenjing og hevur tí ikki sama frælsi. Í tíðini undir starvsvenjing merkir ein, hvussu arbeiðslívið er. Tá ið ein gongur í skúla, gongur tað bara út yvir teg sjálvan, um tú ikki

Pisan 2004

31


gert tað, tú skalt. Man er tí meira fleksibul, tá ið ein gongur í skúla, og tað kann vera ein fyrimunur, tá ið ein hevur børn. Fyri barnið kann tað eisini vera ein fyrimunur, við tað at ein kann avheinta tey á stovninum fyrr um dagin, og tey noyðast ikki altíð at líka tíðliga avstað um morgunin. Tey kunnu eisini hava frí viðhvørt. Tær longu frítíðirnar eru avgjørt eisini ein fyrimunur. Ein skal heldur ikki standa yvir fyri einum arbeiðsgevara, tá ið børnini eru sjúk. Um tú dugir at planleggja dagin, so gongur tað nokk. Lyklaorðið er planlegging. Eru nakrir vansar við at vera lesandi og hava børn? Tað er treytað av lesnaðinum. Hvussu nógvar tímar tú hevur í skúlanum. Ein vansi er tó, at tað kann vera ringt at fáa stundir til at gera skúlating. Tá ið ein arbeiðir, so hevur ein frí, tá ein kemur heim. Vit fáa tó meira burtur úr nú, enn áðrenn Hildur varð fødd (tey hava bæði eisini roynt lestrarlívið uttan barn). Tá svóvu vit meira og skipaðu ikki dagin eins og nú. Um vit høvdu hug til at gera okkurt annað enn skúlating, so

gjørdu vit bara tað. Hvat vildu tit sagt, um onkur í Føroyum ivaðist í, um tað ber til at lesa, meðan ein hevur barn/børn? Tað ber væl til. Ein skal bara vera fyrireikaður upp á tað og vera meira effektivur og planleggja dagin hjá sær betur. Tað kemur alt av sær sjálvum. At fáa børn er ein kollvelting fyri teg, uttan mun til um tú lesur ella ikki. Góð ráð til komandi lesandi? Tað ræður um at innstilla seg upp á tað og at taka tað, sum tað kemur. Tað er týdningarmikið ikki at trýsta seg sjálvan og ikki lata seg imponera av hinum. Um ein planleggur dagin rætt, so ber alt til, sjálvt um ein er lesandi við barni/børnum. Um ein hevur eitt barn, so er ikki víst, at tað ber til at vera við til øll tey sosialu tiltøkini. Tað er tó týdningarmikið at royna at vera við í onkrum og soleiðis vísa áhuga. Ikki geva upp hóast alt. Tað er bara at gera øðrum greitt, at ein hevur eitt barn. Fólk skilja tað nokk! Hallbera West

nakar jantelóg? Tað er í hvussu so er ein sannroynd, at øgiliga stórur partur av lesandi føroyingum í Danmark skjótt ásanna, at tey hava fingið leiklutin sum eygleiðarar á síðulinjuni. Tá tú fyrst hevur sett teg í ein leiklut, kann vera ógvuliga torført at sleppa úr honum aftur. Á sama hátt er tað eisini ein sannroynd, at tey flestu fyrr ella seinni leggja til merkis, at mikli orðafloymurin frá teim viðlesandi ikki altíð er prógv um væl undirbygda vitan og grundgevingar, men hinvegin kann tykjast sum ein roynd at káva út yvir óvissu. Danir eru fyri stóran part uppaldir við kjaki og at vegurin fram er at tora at siga sína hugsan. Tey eru ofta von at arbeiða út frá frumskógarlógini við "survival of the fittest", meðan vit føroyingar kanska í størri mun hava fingið okkara pláss í samfelagnum í vøggugávu. Ráðini eru tí eirindaleys: Lær teg málið og legg teg so út í frumskógarstríðið. Minst til, tú ert við í einum spæli, har onnur hava sett reglarnar, so fordómum kemur tú als ongan veg við. ”Skik følge, eller land fly”, sum tað eisini verður sagt.

at sleppa inn í hitan. Frítíðin Fá tær eitt lív við síðuna av lestrinum. Halt fram við gomlu ítrivum tínum ella finn tær nøkur nýggj. Stórbýurin er ein ótømandi kelda av møguleikum, so tað ræður bara um at kanna marknaðin og so fara á herferð. Ert tú til dans, so finnast t.d. óteljandi møguleikar fyri hesum, eisini kanst tú fáa tær til vana at ganga á jazz-café o.s.fr. Minst til at vitja gomlu vinirnar úr Føroyum, men ver eisini opin fyri nýggjum, møguligum vinarløgum. Tað kann koma tær væl við at kenna onkran, sum kennir býin og sum tí kann hála teg við út, og vísa tær, hvat goymir seg í teim smølu gøtunum eisini. Lestrartíðin verður ofta skýrd at vera besta tíðin í lívinum. Hesin pástandur verður ikki kjakaður her, men tað skal í øllum førum sigast, at um tú vilt, so kann lestrartíðin so sanniliga gerast ein góð tíð. Eisini um tú fylgir við í undirvísingini og lesur nógv. Tað ræður bert um fyrst at finna fótafestið og síðani røttu javnvágina. Katrin D. Apol

Sambandið við hini Sum áður nevnt, so er tað í stóran mun ella kanska serliga tað sosiala, sum setir sítt merki á lestrartíð tína. Sjálvt um kenslan av at vera ein skúlaflokkur kanska er heldur fjar hjá mongum orsakað av fáum undirvísingartímum, so hevur sambandið við hini á lestrarstaðnum nógv at siga. Royn at sleppa tær upp í ein lesibólk skjótast gjørligt. Tað betrar lesidisciplinina og ikki minst tað sosiala. Far við til tiltøkini á lestrarstaðnum so sum "fredagsbar", "rustur" og faklig tiltøk. Fert tú einsamallur avstað úr Føroyum, er altíð eitt gott hugskot at royna at sleppa inn á eitt kollegie við felagskøki. Samanhaldið er ofta gott og tú fært lættari við at fella til, tá tú kennir teg sum ein part av einum felagsskapi. Øll byrjan er torfør, og tað er ikki altíð so stuttligt at kenna seg vigaðan og máldan fyri hvørt orð, tú sigur. Fell tó ikki í fátt! Øll eru í somu støðu - spent, heldur ótrygg og tey kenna ongan. Av tí sama hava øll hug til at koma í samband við hvønn annan. Ger tær tí dælt av hesum frá byrjan. Finn tær ein annan leiklut enn tann stilla, gráa músin á aftasta raði. Seinni er so nógvar ferðir tyngri

32

Pisan 2004

Pisan 2004

45


Tú - og hini Stuðulsstovnurin varð settur á stovn, tá ið føroyingar yvirtóku fyrisitingina av "Statens Uddannelsesstøtte" í 1988, og játtanin á donsku fíggjarlógini var flutt í ”blokkin”. Føroyingar gjørdu tá reglur fyri, hvussu stuðulin skuldi veitast lesandi í Føroyum. 23. apríl 1999 varð nýggj løgtingslóg samtykt um nýggja útbúgvingarstuðuls-skipan og avloysti henda lóg lógina frá 1988 við seinni broytingum. Seinni eru onkrar lógarbroytingar gjørdar. Stuðulsstovnurin umsitur í dag 4 stuðulsskipanir, ið eru kunngjørdar í 4 ymiskum kunngerðum. Tó er tað rætt at nevna 5 ymiskar skipanir, tá ið tosað verður um stuðul til føroyingar, av tí at føroyingar, ið lesa í øðrum londum enn í Føroyum, fáa stuðul eftir danskari skipan. Tær 5 stuðulsskipanirnar eru Katrin

Tað stóra lopið Tá tú leitar tær burtur í onnur lond at nema tær útbúgving, eru ógvuliga nógv ting, tú skalt hava í huganum. Møguliga er hetta fyrstu ferð, tú veruliga skalt royna títt flog, tú flytir kanska á fyrsta sinni heimanífrá og kanska fert tú fyri fyrstu ferð at kenna teg einsamallan, tí nógvar eru forðingarnar, ið tú skalt vinna á. Fyrst og fremst so kann lopið frá miðnámsskúla til lærdan háskúla tykjast stórt bæði hvat undirvísing, lærdómi og lestrarumhvørvi viðvíkir. Tá tú so afturat ert tilflytari, ert tú eisini í vanda fyri at vera smittaður av tí vælkenda mentanarhvøkkinum. Tí sjálvt um tú t.d. hevur verið í Danmark tíggjutals ferðir og ferðast, so kann tað illa sammetast við at seta búgv har. Fyrst er alt tað formliga og pappírsarbeiðið í samband við flyting og studning, ið skal fáast frá hond. Síðani kemur tað sosiala, ið er av alstórum týdningi, og sum setir sítt ófrávíkiliga merki á lestrartíð tína. Um tú flytir til eitt nú Onglands, so er kanska lættari, tí har vænta fólk ikki, at tú dugir málið flótandi, og har eru ofta serligir

44

Pisan 2004

flokkar til tilflytarar. Eisini er lestrarumhvørvið øðrvísi, og tú ert meira saman við hinum lesandi, tí tit vanliga búgva á ”campus”, á sjálvum lestrarstaðnum. Hetta kann lætta um tað sosiala í byrjanini. Í Danmark leggja hini lesandi ikki til merkis, at tú ert øðrvísi, at tú ert av einum øðrum uppruna, og tí vænta tey kanska, at tú dugir málið flótandi. Tá tú so ikki gert tað, kunnu tey fáa ta fatan, at tú t.d. ikki stendur teg so væl fakliga. Í øllum rokinum við lestrarbyrjan er sjálvandi týdningarmikið ikki at missa seg sjálvan burtur. Hin vegin so skalt tú vara teg fyri ikki at byrgja teg inni aftan fyri garðar lagaðar av fordómum. Jantelóg ella frumskógarlóg Føroyska lyndið er ikki eins og t.d. tað danska. Eins og í flest øllum smáum samfeløgum, so kann sigast, at jantelógin eisini trívist millum landsmenn okkara. Í øllum førum, so er tað ikki væl sæð, at tú roynir at breggja tær við evnum tínum, hvørji tey enn eru, og tískil er óttin fyri at markera seg eitt væl kent fyribrigdi. Segði

ÚS-skipanin (stuðul til lesandi í Føroyum – umsitin av Stuðulsstovninum) SU-skipanin (stuðul til lesandi í Norðurlondum – umsitin av Statens Uddannelsesstøtte) ÚSUN-skipanin (stuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond – umsitin av Stuðulsstovninum og SU) Ferðastuðulin (ferðastuðul til lesandi útisetar – umsitin av Stuðulsstovninum) Verkætlanarstuðulin (ferðastuðul til lesandi við hægri skúlar – umsitin av Stuðulsstovninum) ÚS-skipanin Henda skipan er ætlað teimum, ið lesa í Føroyum, bæði næmingum á miðnáms-, vinnuog hægri skúlum. Tey, ið eru 18 ár og eldri Øll, ið eru 18 ár ella eldri, fáa vanliga útbúgvingarstuðulin, um tey uppfylla treytirnar. Hesi hava eisini møguleika at søkja um lán. Tey, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir at tey eru fylt 18 ár. Eingin útbúgvingarstuðul verður útgoldin í juli. Tey, ið eru undir 18 ár Tey, ið eru undir 18 ár fáa ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari (bókastuðul). Harafturat er møguleiki hjá nøkrum av hesum næmingum at fáa ískoytisstuðul til vistarhald (vistarhaldsstuðul).

Upphæddir skúlaárið 2003/2004:

Stuðul/ ár í 11 mðr.

Stuðul um mánaðin

Heimabúgvandi

kr. 25.069

kr. 2.279

Útibúgvandi

kr. 37.598

kr. 3.418

Lán

kr. 23.848

kr. 2.168

Bókastuðul verður latin øllum næmingum, ið ikki eru fyltir 18 ár innan 1. august í skúlaárinum. Næmingar, ið fylla 18 ár í fyrru lestrarhálvu, tvs. fyri 1. januar fáa kr. 1.627 og teir, ið fylla seinnu lestrarhálvu, tvs. 1. januar ella seinni, fáa kr. 3.254. Bókastuðulin verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum. Vistarhaldsstuðulin verður latin avbygdanæmingum undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda stuðul er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimabústað og skúlan er longri enn 50 km. Mánaðarligi vistarhaldsstuðulin er kr. 1.709 í 11 mánaðir. Ferðastuðulin innanoyggja Meginreglan í skipanini er, at allir næmingar, ið nýta Strandfaraskip Landsins, gjalda sama gjald fyri at koma í skúla, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum. Ásett er, at fyri 20 túrar aftur og fram millum heimabústaðin/útbúgvingarbústaðin og skúlan skal næmingurin gjalda kr. 100. Næmingurin fær útflýggjað eitt elektroniskt kort, sum bert kann nýtast á eini farleið, og bert eina ferð um dagin aftur og fram í skúla. Treytirnar fyri at fáa ferðastuðulin eru tær somu, ið eru galdandi fyri at fáa útbúgvingarstuðulin. SU-skipanin Meginreglan er, at føroyingar, ið lesa í Danmark og í øðrum útlondum, fáa stuðul úr Danmark eftir somu treytum, sum aðrir danskir ríkisborgarar. Hetta vil siga, at føroyingar, sum lesa uttanlands, fáa stuðul úr Danmark. Tó verða fylgjandi krøv sett, og eru hesi galdandi fyri bæði danir og føroyingar:

Pisan 2004

33


Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu vera alment góðkend av lestrarlandinum. Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu vera av slíkum slagi, at tey eisini kunnu góðkennast av donskum myndugleikum. Útbúgvingin skal vera ólønt, og skipað sum fulltíðarlestur. Útbúgvingin skal í minsta lagi vera eitt samanhangandi lestrarár. Útbúgvingin skal geva vinnuførleika í Danmark. Ein treyt fyri at fáa stuðulin frá SU er, at føroyingar hava danskt p-tal. Orsøkin til hetta er, at SU ikki hevur møguleika at útgjalda uttan eitt danskt p-tal. Fyri teir føroyingar, ið ikki hava danskt p-tal, útvegar SU teimum eitt frá Frederiksberg kommunu, har SU hevur heimabústað. Harafturat kann nevnast, at tað finst ein felags norðurlendsk avtala, sum í høvuðsheitum inniheldur fylgjandi (reglurnar eru tó ikki heilt eins í øllum norðurlondum): Tá tú lesur í øðrum norðurlendskum landi, fæst vanliga stuðul frá heimlandinum. Heimlandið ger av hvørjar útbúgvingar hava rætt til stuðul. Ein umsøkjari, ið fær útbúgving í einum øðrum norðurlendskum landi, kann fáa stuðul frá lestrarlandinum, um umsøkjarin hevur verið búsitandi og havt arbeiði í lestrarlandinum í minsta lagi í 24 mðr. beint undan lestrinum, ella um umsøkjarin er undir 20 ár og er fluttur saman við foreldrum sínum, ið hava búsett seg í lestrarlandinum og hava fast arbeiði har. Ein treyt fyri at fáa stuðul frá lestrarlandinum er, at tann lesandi ikki fær stuðul frá heimlandinum. ÚSUN-skipanin ÚSUN-skipanin er ein stuðulsskipan fyri føroyingar, ið taka eina hægri útbúgving uttanfyri norðurlond. Stuðul kann eisini latast til tey, ið taka støðislestur (foundations studies) eftir lokna miðnámsútbúgving, um so er, at hetta er ein fortreyt fyri at sleppa undir hægri lestur. Harafturat kann stuðul veitast til

skiftislestur á hægri útbúgvingum undir ávísum treytum. Meginreglan er, at Stuðulsstovnurin letur stuðul til skúlagjald og SU letur stuðul til livikostnað. Av tí at SU í mesta lagi veitir stuðul í 4 ár til livikostnað til útbúgvingar uttanfyri norðurlond, er møguligt at fáa stuðul til livikostnað í upp til tvey ár frá Stuðulsstovninum. Stuðulstovnurin letur upp til kr. 120.000 um árið í skúlagjaldi og kann harafturat veita lán, um skúlagjaldið er hægri. Harafturat kann nevnast, at lesandi undir ÚSUN-skipanini eisini hava rætt til ferðastuðul. Fyri at veita ÚSUN-stuðul setir Stuðulsstovnurin sum treyt, at SU góðkennir útbúgvingina. Víst verður til krøvini undir yvirskriftini SUskipanin. Ferðastuðulin Endamálið við ferðastuðlinum er at stuðla føroyingum, ið leita sær til onnur lond í útbúgvingarørindum, at koma heim til Føroya eftir lokna útbúgvingartíð. Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga, soleiðis at tey lesandi og børn teirra hava møguleika at koma heim til Føroya eina ferð um árið. Í vegleiðingini til ferðastuðul til lesandi uttanlands, ið liggur á heimasíðu okkara, kanst tú lesa um treytirnar fyri at fáa ferðastuðulin. Ferðastuðulin skal ikki søkjast fyrrenn ½ lestrarár er runnið og skal søkjast innan lestrarárið er útrunnið. Hetta merkir at t.d. ein, ið byrjar lesturin um heystið í augustseptember mánaða, kann ikki søkja um ferðastuðul fyrr enn várlestrarhálvan byrjar í januar-februar mánaða og skal hava søkt, áðrenn várlestrarhálvan endar, t.v.s. at umsóknarfreistin fyri hesi er 31. juli. Fyri tey, sum byrja lesturin um várið t.d. í januar mánaða, kann ferðastuðulin ikki søkjast fyrr enn í august mánaða, og er umsóknarfreistin fyri hesi 31. desember.

Hesar upphæddir eru galdandi fyri stuðulsárið 2003/2004: Danmark

Europa

Aðrastaðni

(- Danmark og Grønland)

34

Lesandi

kr. 3.715

kr. 5.000

kr. 7.000

Børn: 0-1 ár

kr. 305

kr. 500

kr. 700

Børn: 2-15 ár

kr. 2.490

kr. 3.350

kr. 4.700

Børn: 16 ár

kr. 3.715

kr. 5.000

kr. 7.000

Pisan 2004

Ráðgevingin

Halla

Ruth Dal-Christiansen (h.m.) og Randi Johansen átaka sær at hjálpa kleimdum útisetum. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark heldur til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, men er hóast hetta eitt tilboð til allar føroyingar, hvar teir so enn eru staddir. Á Ráðgevingini starvast tveir fryntligir og royndir sosialráðgevarar, ið veita føroyingum hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Tær kunna bjóða einum og hvørjum ráð og persónligan stuðul. Hevur ein trupuleikar á nevndu økjum so kann tað vera til alstóra hjálp at kunna venda sær til køn fólk og fáa loyst trupulleikarnar. Ráðgevarnir hava tagnarskyldu, eingin verður heldur skrásettur og tí kann ein óttaleyst venda sær til teirra - eisini anonymt. Ráðgevingin kann eisini hjálpa í viðurskiftum sum SU - stuðul, bústaðarmøguleikum, føroyafrádrátt, skattaviðurskifti, ískoyti, flyting, barnatilskot, arbeiðsloysisstuðli, bistandshjálp osfr. Kann ráðgevingin ikki loysa tínar trupulleikar, so kunna ráðgevarnir vísa á aðrar møguleikar fyri hjálp og vegleiða um, hvagar tú kanst

venda tær. Ring, skriva ella vitja Ráðgevingina - øll eru vælkomin. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Vesterbrogade 17 A DK-1620 København V Tlf. 33 23 99 80 Fax. 33 23 92 34 E-mail: radgevingin@radgevingin.dk Heimasíða: www.radgevingin.dk Opið er: Mánadag, týsdag og hósdag 11.30 – 15.30, mikudag 14.00 – 18.00 fríggjadag er stongt.

Pisan 2004

43


Hvussu leingi? Tú hevur rætt til føroyafrádrátt so leingi tú lesur og lestartíðin heldur seg innan fyri normeraðu lestrartíðini + 2 ár. Um tú ikki fert heim Høvuðstreytin fyri at fáa føroyafrádrátt er, at tú ert í lestrarlandinum fyribils í lestrarørindum. Tað merkir, at frá tí degi tú avgerð ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til føroyafrádrátt longur. Um tú gevst ella er liðugur at lesa og avgerð at verða í landinum, er ikki lógarheimil fyri at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í

hesum sambandi, Ráðgevingina.

so

vend

tær

til

Minst til ikki at nýta skattakort við føroyafrádrátti aftaná loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort. Um tú hevur spurningar viðvíkjandi føroyafrádrátti, ert tú vælkomin at venda tær til Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Ráðgevingin hevur hollan kunnleika og drúgvar royndir á hesum økinum.

Full skattskylda í Føroyum Føroyingar, ið lesa uttanlands, kunnu søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum. Hetta gevur tær rætt til vanligan persónsfrádrátt o.a., tá tú arbeiðir í Føroyum (t.d. í summarfrítíðini). Føroyski skattastigin er soleiðis, at eingin kommunuskattur verður roknaður av teimum fyrstu 21.000 kr. Tað er tí altíð eitt gott hugskot at søkja um at koma undir fulla skattskyldu, sjálvt um tú ikki ert vís í at fáa arbeiði í Føroyum. Toll- og Skattstova Føroya hevur útgivið ein faldara um m.a. hesi viðurskifti (“Hvussu verður við skattskylduni tá flutt verður úr Føroyum”). Um tú ynskir meira upplýsingar um hetta, kanst tú venda tær til Toll- og Skattstovuna ella LFÚ-ráðgevingina fyri at frætta meira. Umsóknarblaðið hesum viðvíkjandi fæst frá Toll- og Skattstovuni, og tað kann eisini latast inn, áðrenn tú flytur uttanlands. Einans útisetar í góðkendum útbúgving-um, sum hava búð meira enn 4 ár í Føroyum, kunnu koma undir fulla skattskyldu í Føroyum. Fyri stuttari tíð síðan vóru reglurnar broyttar eftir áheitan frá MFS, soleiðis at tær einans nýtist at søkja um fulla skattskyldu einaferð. Broytingarnar vóru hesar: Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eftir áheitan frá Meginfelag Føroyskra Studenta endurskoðað kunngerð nr. 15 frá 19. juli 1989 frá Líkningarráð Føroya um lesandi og

42

Pisan 2004

lærlingar uttanlands. MFS vísti á, at fleiri av ásetingunum í kunngerðini hava avmarkað lestrarvirksemið hjá teirra limum. Fíggjarmálastýrið hevur tí í samráði við Tollog Skattstovu Føroya gjørt eina nýggja kunngerð, sum tekur av flestu av hesum avmarkingum. Størstu broytingarnar í nýggju kunngerðini eru: 1) at tað nú verður gjørligt hjá lesandi at skifta útbúgving uttan at missa rættin til føroysku skattskylduna 2) at tað nú ber til at nema sær eina útbúgving afturat uttan at missa føroysku skattskylduna 3) at tað nú er nóg mikið, at lesandi við byrjan av útbúgvingini skjalprógva, at tey byrja upp á eina útbúgving. Lesandi skulu tó altíð kunna prógva, at tey eru lestrarvirkin, um T & S biðjur um hetta. Lesandi skulu eisini framvegis boða T & S frá um møguligar broytingar í útbúgvingini Størsti fyrimunurin hjá føroyskum lesandi uttanlands av at varðveita føroysku skattskylduna er, at tá sleppur hin lesandi undan at verða avmarkað skattskyldugur – tvs. 42,5% í skatti av bruttoinntøkuni - um arbeitt verður í Føroyum í t.d. summarfrítíðini. Ístaðin fáa tey lesandi sum fult skattskyldug rætt til botnfrádrátt (21.000 kr.) í inntøkuni. Frádrátturin verður harumframt trektur fult út frá inntøkuni beinanvegin. Vanligt er annars at býta frádráttin javnt út á árið.

Verkætlanarstuðulin Endamálið við ferðastuðlinum til verkætlanir er at stuðla lesandi føroyingum á hægri lærustovnum í Føroyum og uttanlanda í samband við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum landi enn í lestrarlandinum. Hetta verður gjørt við at veita fíggjarligan stuðul til ferðina millum lestrarlandið og landið, har verkætlanin skal gerast. Umframt vanligu treytirnar fyri at fáa slíkan stuðul, skal verkætlanin vera partur av útbúgvingini og góðkennast av útbúgvingarstaðnum. Vert er eisini at leggja merki til, at tað bert verður veittur stuðul fyri ferðing millum lond, og at tann lesandi í mesta lagi hevur møguleika at fáa henda stuðul tvær ferðir í samlaðu útbúgvingartíðini. Ætlar tú at søkja um stuðul, kann hetta antin gerast áðrenn farið verður undir verkætlanina, ella meðan tú ert í gongd við verkætlanina. Tað ber ikki til at søkja um stuðul eftir at verkætlanin er liðug. Stuðulin verður ikki útgoldin fyrrenn Stuðulsstovnurin hevur fingið tann nýtta ferðaseðilin í samband við verkætlanina. Stuðulin verður tann skalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi kr. 6.000. Síðani verður peningurin goldin á kontu í einum peningastovni. Kærumøguleikar Allar avgerðir tiknar

av

Stuðulsstovninum

kunnu kærast til Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum, áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerðin hjá kærunevndini er endalig innan fyrisitingina. Tað er Landstýrið, ið setir kærunevndina, og í henni sita trý fólk, har formaðurin er løgfrøðingur. Kærur skulu sendast til: Kærunevndin hjá Stuðulsstovninum, c/o Føroya Kærustovnur Skálatrøð 20 Postsmoga 45 Fo 110 Tórshavn. Heimasíðan Á heimasíðu okkara - www.studul.fo - kanst tú lesa meira um tær ymisku skipanirnar - har er lógin, kunngerðir, vegleiðingar, umsóknarbløð o.a. Harafturat eru ymiskar slóðir, ið kunnu vera viðkomandi fyri lesandi. Skrivstovan Á Stuðulsstovninum starvast 5 fólk – 3 skrivstovufólk, fíggjarfulltrúin og leiðarin. Avgreiðslan er stongd mánadag, opið er frá týsdegi til hósdag kl. 8.00 – 16.00 og fríggjadag kl. 8.00 – 15.00. Um tú hevur nakrar fyrispurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Stuðulsstovnin. Hoyvíksvegur 72 - Postrúm 3279 – FO-110 Tórshavn - Tlf.: 35 68 00 - Faks.: 35 68 01 T-postur: studul@studul.fo – Heimasíða: www.studul.fo Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.

Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni Vesterbrogade 49, Vesterbro Torv, København V (inngongd undir stóru trappuni) Møti hvørt leygarkvøld kl. 19.00 Sunnudagsskúli hvønn sunnudag kl. 11.00 á Oyrasundskolleginum (børnerummet) Bussarnir 6A og 28 steðga beint uttanfyri kirkjuna. Nærhendis steðga eisini 1A, 14 og 15. Uml. 8 min. at ganga frá Hovedbanegården, Uml. 5 min. frá Føroyahúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin Góður felagsskapur í kristnum umhvørvi Meira fæst at vita frá Atla Rasmussen tlf. 32 96 99 95 og Albin Johannessen tlf. 32 88 68 79 ella teldupost pr@eliaskirkjan.dk www.eliaskirkjan.dk

Pisan 2004

35


Málsligt undantaksloyvi møguleiki fyri eyka próvtøkutíð, tó uttan at støðið á próvtøkuni verður lægri. Eyka próvtøkutíðin ger sjálvandi stóran mun, og tí er hesin møguleiki avgjørt verdur at hava í huganum, tá ið farið verður undir fyrstu próvtøkurnar. Sum áður nevnt, so er hetta ikki galdandi á øllum støðum, men kunna teg um viðurskiftini á tínum útbúgvingarstaði, og í góðari tíð. Harumframt er hetta bert galdandi fyrsta árið og fyri skrivligar próvtøkur. Tú skalt sjálv/ur vera varug/ur við møguleikan fyri undantaksloyvi, tí hetta er ikki eitt tilboð, ið av sær sjálvum verður boðið øllum føroyskum lesandi í Danmark.

Vesterbrogade 17 A, 1620 København V Tlf. 33 23 15 87 Fax 33 23 15 88 Upplýsing 33 23 15 86 Heimasíða: www.faroehouse.dk Teldupostur: postur@faroehouse.dk

36

Pisan 2004

Annika Helgadóttir Joensen

Føroyahúsið

Ein fyrimunur hjá føroyskum lesandi í Danmark er, at tey kunnu søkja um undantaksloyvi til skrivligu próvtøkurnar fyrsta árið – endiliga ikki at skilja sum at tær ikki nýtist at fara til próvtøku, men at tú fert til próvtøku undir øðrum umstøðum. Um hetta verður játtað, hevur tað vanliga við sær, at próvtøkutíðin verður longd við einum tíma. Søkjast skal í góðari tíð, og viðmerkjast skal, at hetta ikki er eitt tilboð, ið øll útbúgvingarstøðini hava. Á teimum støðum, har undantaksloyvi verður latið, verða føroyingar mettir sum útlendingar við øðrum móðurmáli enn donskum, og fyri at avrikini hjá føroyskum lesandi skulu kunna javnmetast við tey hjá donskum lesandi, er

Føroyafrádráttur Nógvir spurningar og søgur eru um føroyafrádráttin, og ikki eru søgurnar allar eftirfarandi. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark vil tí her greiða frá høvuðsreglunum viðvíkjandi føroyafrádrátti. Hvat er Føroyafrádráttur? Føroyafrádrátturin er ein serligur skattafrádráttur ið kann játtast føroyskum lesandi í Norðurlondum, um ávísar treytir eru loknar. Frádrátturin er heimiðlaður í norðurlendsku skattaavtaluni artikel 20 og tilhoyrandi protokol. Lov nr. 190 af 12/03/1997, Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande. Treytir: Høvuðstreytirnar fyri at fáa føroyafrádrátt eru hesar: · At tú var búsitandi í Føroyum, áðrenn flytingina til lestrarlandið · At uppihaldið í lestrarlandinum er fyribils í lestrarørindum · At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetancegevandi) frammanundan · At tú ikki hevur uppihildið tær í lestrarlandinum í meira enn 6 mánaðir áðrenn lesturin byrjar Eru undantøk? Tað eru undantøk frá treytini um at tú ikki má hava eina kompetancegevandi útbúgving frammanundan. Serliga har talan er um eina samanhangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru kompetancegevandi. Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um undantøkini. Hvussu stórur er Føroyafrádrátturin? Fyri ár 2004 er føroyafrádrátturin uppá 65.000 kr., í Danmark. Í hinum norðanlondunum er upphæddin ein onnur, so spyr á skattakontórinum í teirri kommununi, tú flytir til. Um tú bert er undir útbúgving ein part av árinum verður frádrátturin lutfalsliga minni, tað vil siga, um tú t.d. flytur til Danmarkar 1. sep.

og byrjar at lesa tá, fært tú ein frádrátt uppá 4/12 av teimum 65.000 kr., tí tá eru bert 4 mánaðir eftir av árinum. Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt v.m. Hvussu fái eg føroyafrádrátt? Tú skalt venda tær til skattamyndugleikarnar í kommununi har tú býrt. Í summum kommunum hava tey eina uttanlandadeild/specialligning sum umsitir føroyafrádráttin. Greið frá: · at tú er føroyingur undir útbúgving · at tú hevur eina inntøku, sum tú søkir føroyafrádrátt (færøfradrag) til · at tú ætlar tær heim aftaná loknan lestur Minst til: · at hava skjalprógv fyri at tú ert undir útbúgving við. Lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv. · at føroyafrádráttur hvørjum ári.

skal

søkjast

á

Um tú fært noktað føroyafrádrátt. Um skattamyndugleikarnir nokta tær føroyafrádrátt hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving. Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita um grundgevingin fyri noktilsi er røtt. Kann føroyafrádráttur nýtast til SU? Nei, føroyafrádráttur kann bert nýtast til arbeiðsinntøku. Tú kemur sostatt til at gjalda vanligan skatt av SU. Sambært dupultskattaavtaluni kann føroyafrádráttur bert nýtast til inntøkur, sum koma undir heitið:”Vederlag for tjenesteydelser”. Sjálvuppgáva og føroyafrádráttur. Sjálvt um tú hevur fingið føroyafrádrátt á forskudopgørelsen/skattakortinum skalt tú minnast til at skriva føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna undir teigin: ”andre ligningsmæssige fradrag”. Annars fært tú ikki føroyafrádráttin við í ársuppgerðini og úrslitið verður ein skattarokning í staðin. Tað gongur sostatt ikki automatiskt.

Pisan 2004

41


Vegleiðing um SU

Arbeiði og SU Um tú hevur arbeiði við síðuna av lesnaðinum, er tað eitt gott hugskot at halda eyga við inntøkunum.Mark er nevniliga fyri, hvussu stóra arbeiðisinntøku tú kanst hava við síðuna av SUstudninginum. Fer arbeiðsinntøkan upp um markið, og tú ikki hevur valt SU-klipp frá, noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur til SU, og hetta kann lættliga gerast dýrt. Umframt sjálvan studningin verður ein ábót løgd afturat, sum er 7% av tí studningi, tú hevur fingið ov nógv. Markið fyri arbeiðsinntøkunum nevnist fríupphæddin. Hon verður roknað fyri eitt heilt ár í senn, og í 2004 er fríupphæddin fyri lesandi, sum ikki búgva heima 12 x 5.749 kr. = 68.988 kr. fyri alt árið. Talið er tó kortini bert vegleiðandi. Um tú ein mánað hevur eina arbeiðsinntøku, ið t.d. fer 500 kr. upp um mánaðarligu fríupphæddinam, mást tú minnast til, at fríupphæddin kann gerast tilsvarandi 500 kr. minni ein annan mánað. Hevur tú børn undir 18 ár, hækkar fríupphæddin við 20.764 kr. um árið. Umframt hetta skal leggjast til merkis, at SUstudningurin ikki verður roknaður upp í fríupphæddina - hetta fevnir einans um arbeiðsinntøkur. Lesandi í løntari starvsvenjing, lestrarfarloyvi (orlov) ella sum eru "studie-inaktiv", hava ikki rætt til SU-studning. Í hesum føri er fríupphæddin 14.357 kr. um mánaðin. Frával av SU-klippum Tað ber til at stýra SU-studninginum soleiðis, at samanlagda inntøkan ikki gerst ov høg. Lesandi, ið ætla sær at arbeiða, skulu tí rokna ársinntøkuna út so tíðliga í árinum sum gjørligt. Um samlaða inntøkan sær út til at gerast ov høg, kunnu klipp veljast frá í "klippikortinum" hjá SU. Hervið slepst undan at gjalda studning aftur. Frávalið kann ikki gerast við afturvirkandi kraft, og SU skal hava boð um frávalið seinast tann 15. í mánaðinum áðrenn útgjaldingin skal steðgast. Frávelur tú SU-klipp, verða bæði studningur og lán steðgaði. Tú kanst eisini sjálv/ur rokna út, hvussu nógv klipp skulu veljast frá. Til tað kanst tú brúka frymilin niðast á síðuni. Fyri hvønn frávaldan mánað fært tú eitt ískoyti til fríupphæddina. Ískoytið er 14.357 kr. 5.749 kr. = 8.608 kr, og hetta talið skal sostatt leggjast afturat tí vanligu fríupphæddini uppá 68.988 kr. um árið. Ársinntøkan 2004 (uttan SU) - ársfríupphæddin 2003 8.608 kr.

40

Pisan 2004

Tey frávaldu klippini kunnu brúkast seinni í útbúgvingini. Til dømis kanst tú fáa dupultklipp (t.e. dupultan studning) teir seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Treytin fyri at fáa dupultklipp er, at tú hevur valt nøkur klipp frá fyrr í útbúgvingini. Tú fært so tilsvarandi nógv dupultklipp. Eisini skal læristovnurin vátta, at útbúgvingin kann gerast liðug innan 12 mánaðir. Føroyafrádrátturin og fríupphæddin Hóast lesandi føroyingar í Danmark hava tann serliga føroyafrádráttin (sí grein á næstu síðu), so merkir hetta ikki, at vit sleppa undan at fylgja teimum donsku reglunum um fríupphæddina. SU roknar fríupphæddina út eftir bruttoinntøkuni, tvs. samlaðu arbeiðsinntøkuni áðrenn skatt. Hetta er íroknað frítíðarløn, men undantikið sjálvum SU-studninginum. Um tú hevur nýtt allan føroyafrádráttin (64.000 kr.), kemur tú upp um fríupphæddina hjá SU, og so noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur, um tú ikki hevur frávalt nøkur klipp. Inntøkur áðrenn og aftaná lesnaðin Stuðulsárið hjá SU er álmanakkaárið, og tí kann tað koma tær aftur um brekku, um tú hevur eina hægri arbeiðsinntøku enn 25.632 kr. um mánaðin í sama ári sum útbúgvingin byrjar. Um tú t.d. byrjar útbúgvingina í september, mást tú ikki hava havt eina hægri inntøku enn 8 x 25.632 kr. (t.e. januar til august). Fert tú upp um hetta markið, kann ein partur av studninginum verða kravdur aftur. Á sama hátt skalt tú ansa eftir arbeiðsinntøkuni aftan á at útbúgvingin er liðug. Her eru nevniliga tær somu reglurnar galdandi. Hevur tú tískil eina hægri arbeiðisinntøku enn 25.632 kr. um mánaðin aftan á lokna útbúgving, verður ein partur av studninginum kravdur aftur. Sum sæst eru SU reglunar nógvar og oftani er ikki annað at gera enn at rista við høvdinum og lesa SU-reglurnar ígjøgnum einaferð afturat. Um tú ivast, so kanst tú venda tær til ráðgevarar, sum kunnu ráðgeva og svara flest øllum spurningum. Inni á heimasíðuni hjá SU www.su.dk - er eitt sera hent rokniark, ið kann rokna út, hvussu nógv klipp tú skalt frávelja, um tú ert á markinum til at forvinna ov nógv.

= Talið á frávaldum klippum

SU-skipanin kann vera trupul at finna runt í, so hendan greinin roynir at geva eitt innlit í, hvussu sjálv SU-skipanin virkar, meðan sjálvar SU-reglurnar ikki verða viðgjørdar nærri. Søk sum skjótast! Føroyingar, sum lesa uttanfyri Føroyar, hava rætt til studning frá SU-skipanini, um prógvast kann, at bústaðurin er uttan fyri Føroyar. Tá tú flytir av landinum í útbúgvingarørindum, skalt tú minnast til, at tú ikki kanst fáa SU útgoldnan, fyrr enn tú hevur fingið eitt danskt cpr.nr. Um tú fert til eitt nú Norra ella Svøríki fært tú tillutað eitt cpr.nr. frá Frederiksberg Kommunu, har SUStyrelsen liggur. Um tú flytir til Danmarkar at lesa, er tað eitt sindur øðrvísi. Tá kanst tú ikki fáa eitt cpr.nr., fyrr enn tú hevur funnið ein bústað. Tí noyðast nógv at fáa sær eina c/ o adressu, tvs. at tey flyta inn til onkran, tey kenna í fyrstuni, tí torført er at finna nakað at búgva í í løtuni. Flytir tú til Danmarkar, er tann besti framferðarhátturin í sambandi við umsóknina um SU-studning hesin: 1. Flyt adressu úr Føroyum til Danmarkar í góðari tíð. Um tú ikki hevur fingið ein bústað, so fá eina c/o adressu hjá onkrum tú kennir í Danmark. 2. Tá bústaðurin verður fluttur, fært tú tillutað eitt danskt cpr-nr. Hetta skal nýtast í samband við umsóknina. Um tú ikki hevur nakað cpr-nr, kann tað gerast trupult at søkja um SU, og uttan cpr-nr. kann tað eisini verða torført at fáa sær eina bankakonto. Neyðugt er at fara á sína egnu heimstaðarkommunu (í Føroyum), og fáa tey at útskriva “internordisk flyttepapirer”, sum tú letur inn á folkaregistaranum í teirri kommununi, tú flytir til (ávísar kommunur í Føroyum veita eisini studning til fólk, ið fara uttanlands at lesa). 3. Søk um SU-studning so skjótt sum møguligt. Lat umsóknina inn, sjálvt um tú enn ikki hevur fingið cpr. nummar. Søkjast kann ikki við afturvirkandi kraft, men um tú hevur latið umsóknina inn rættstundis, so fært tú SU við afturvirkandi kraft. Freistin at søkja SU liggur vanliga fyrst í november. Seinasta freist at søkja ella broyta SU í 2004 er 1. desembur, men SU nýtir vanliga drúgva tíð til at viðgera umsóknirnar, so best er at vera fyrivarin. Á hvørjum ári byrja um 40.000 fólk eina nýggja útbúgving, so trýstið er stórt á SU hesa tíðina.

SU hevur eina heilt greiða reglugerð fyri, hvørjar útbúgvingar í Danmark eru góðkendar. Sum meginregla kann sigast, at allar "almennar” útbúgvingar geva rætt til SUstudning (t.d. universitetsútbúgvingar, handilsháskúlaútbúgvingar, teknikumútbúgvingar o.s.fr.). Summar útbúgvingar í Danmark geva ikki rætt til SU-studning, og hetta eru aloftast ymsar privatar útbúgvingar. Tað er bert neyðugt at søkja um SU-studning einaferð. Undantikið frá hesum er, um tú skiftir útbúgving. SU-studningur til lesnað uttanfyri Danmark Føroyingar, sum byrja lesnað í einum øðrum Norðanlandi enn Danmark, kunnu fáa fullan studning og lán frá SU eftir ávísum treytum. Tann fyrsta treytin er, at SU góðkennir útbúgvingina. Um tú fert til annað norðurland at lesa, verður tú sum oftast noydd at senda tilfar um útbúgvingina og útbúgvingarstovnin til góðkenningar hjá SU. Vanligar universitetsog háskúlaútbúgvingar verða sum oftast góðkendar av SU sum studningsverdar útbúgvingar, men í ávísum førum kann SU nokta at góðkenna eina útbúgving. Byrjar tú at lesa í einum ES-landi (uttan fyri Norðanlond), fært tú vanliga ikki SU-studning í meira enn fýra ár. Ymisk undantøk eru tó frá hesum. Hetta kann Altjóða Skrivstovan hjálpa tær við at kanna nærri. Danski staturin rindar SU fyrstu fýra árini uttanlands. Eftir hetta letur Stuðulsstovnurin ÚS-stuðul upp til eitt ár yvir ásettu lestrartíðina. Klippikortið SU-studningurin byggir á tað sonevnda "klippikortið", har ein mánaður svarar til eitt klipp. Øll lesandi á víðari útbúgvingum fáa klipp til eitt ár afturat tí normeraðu lestrartíðini. Henda er t.d. 5 ár, sum svarar til 58 klipp; afturat hesum koma 12 klipp, so samlaða talið av klippum gerst 70 í alt. Um útbúgvingin er normerað til meira enn 5 ár, svarar SU-studningurin til normeringina + 12 mánaðir. Umframt tey vanligu 70 klippini er møguligt at fáa eyka klipp í samband við barnsburð. Vanliga reglan er, at mamman kann fáa 12 eyka klipp , meðan pápin kann fáa 6 klipp. Neyðugt er at vera aktiv/ur lesandi mánaðin innan. Møguligt er eisini at fáa eyka klipp í samband við álvarsama sjúku og studentapolitiskt

Pisan 2004

37


arbeiði. Felags fyri hesi undantøkini er, at SUmyndugleikarnir skulu góðkenna tey í hvørjum einstøkum føri. Tað er ikki møguligt at fáa eyka klipp, um ein skiftir útbúgving. Í hesum føri verða klippini, tú hevur nýtt til fyrru útbúgvingina, drigin frá teimum, sum nýggja útbúgvingin gevur rætt til. Tú fært sostatt einans 70 klipp, uttan mun til hvussu ofta tú skiftir útbúgving. Hvussu nógv? SU-studningur til hægri útbúgvingar ávirkast ikki av inntøkuni hjá foreldrunum, sjálvt um tú ert undir 20 ár. Lestrarárið 2004/2005 fáa sostatt øll, ið taka hægri útbúgvingar, og eru fylt (ella fylla) 18 ár í lestrarárinum, SUstudning sambært talvuni niðanfyri. Víðari lesnaður, útibúgvandi um mánaðin Lestrarstudningur:

4.519 kr.

Lán:

2.313 kr.

Tilsamans:

6.832 kr.

Heimabúgvandi um mánaðin Lestrarstudningur:

2.247 kr.

Lán:

2.313 kr.

Tilsamans:

4.560 kr.

Arbeiði við síðuna av kann eisini ávirka SUstudningin, og hetta er nærri viðgjørt í greinini "Arbeiði og SU" á síðu 40. SU- stuðulin verður skattaður Eins og við øðrum inntøkum skal SUstudningurin skattast. SU-studningurin verður skattaður sum A-inntøka, men studningurin verður kortini ikki roknaður sum arbeiðsinntøka. Tað merkir, at Føroyafrádrátturin, ið verður nærri viðgjørdur seinni, ikki kann nýtast í samband við skattingina av studninginum frá SU. Skattur verður tikin av studninginum áðrenn tú fært hann útgoldnan. Skatturin er vanliga uml. 4-600 kr. um mánaðin, um tú onga inntøku hevur við síðuna av studninginum. Lesandi í øðrum Norðurlandi, ið fáa SUstudning, gjalda eisini skatt av studninginum í Danmark. Lestrarlán Í løtuni eru tvey sløg av lestrarlánum: Lestrarlán og sluttlán, sum ikki verða skattað. Lestrarlán er tað vanligt lán, sum øll - uttan serligar treytir - kunnu taka afturat tí vanliga studninginum. SU–lánið er í 2004 2.313 kr. um mðr.

38

Pisan 2004

Sluttlán er eitt lán, sum ein kann taka í endanum av útbúgvingini. Skalt tú hava sluttlán, eru treytirnar, at tú skalt kunna gera útbúgvingina lidna innan fyri eitt ár, og at tú hevur brúkt øll "studnings-klippini" (sí omanfyri). Vanliga merkir hetta, at tað bert eru "speciale-lesandi" sum hava rætt til sluttlánini. Sluttlán kann ikki veitast longri enn í 12 mánaðir, og støddin á tí er í løtuni kr. 5.963 um mánaðin. Fleiri føroyingar aftra seg við at taka lán frá SU, tí tey hava hoyrt fleiri ræðusøgur um fólk, sum hava sett seg í eina sera stóra lestrarskuld. Her skal ein kortini leggja til merkis, at hesi dømini stava frá teimum sonevndu "statsgaranteraðu bankalánunum", sum vórðu endaliga tikin burtur í 1992. Í dag fáast neyvan bíligari lán enn lestrarlánini, so eingin orsøk er at halda seg aftur orsakað av ræðusøgunum um tey gomlu lánini. Lestrarlán og afturrindan Afturrindanin av lánunum byrjar vanliga við árslok, eitt til tvey ár aftaná loknan lesnað. Um tú t.d. verður liðug við útbúgvingina á sumri 2005, kanst tú sostatt byrja at gjalda SUlánið aftur frá 1. januar ár 2007. Í lestrartíðini er rentan á lestrarlánunum 4 % um árið. Eftir lokna útbúgving broytist rentan á lánunum soleiðis, at hon svarar til diskonto hjá Nationalbankanum + 1%. Afturrindanin av lánunum tekur vanliga millum 7 og 15 ár - alt eftir støddini av teimum. Um ein hevur hug at skunda undir afturrindanina, ber eisini til at gera avtalu um tað.

áður hevur lisið fakini á sama støði. Tú skalt eisini hava minst 17 tímar um vikuna, um tú hevur barn undir 7 ár. Einkultfak mugu endiliga ikki blandast við tey sonevndu suppleringsfakini (GSK). Her eru treytinar eisini, at tú minst hevur 16 tímar um vikuna, at tú ikki áður hevur lisið fakini á sama støði, og at skeiðið tekur minst ein mánað.

sær av kommununi, sum ein býr í. Dentur skal leggjast á, at "bistandshjálpin" verður veitt afturat SU-veitingunum (ikki øvugt), og at hon einans verður veitt í eitt avmarkað tíðarskeið. Um tú kemur út fyri slíkum hendingum, er tað eisini altíð hent at venda tær til Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmarkí Keypmannahavn (Sí eisini grein í blaðnum).

SU-lógin og “bistandshjálpin” Áðrenn 1.1.1996 var tað vanligt, at lesandi í farloyvi kundu fáa stuðul frá teim sosialu myndugleikunum í kommununi, har tey búðu. Í dag fellur hesin rætturin heilt burtur, um nøkur SU-klipp eru eftir. Einasti møguleikin at fáa "bistandshjálp" í samband við farloyvi er, at øll vanlig SU-klipp eru brúkt, at øll eyka klipp í samband við barnsburð eru brúkt og at allir SUlánimøguleikar (lestrarlán + sluttlán) eru nýttir. Lýkur tú allar hesar treytirnar, kanst tú fáa bistandshjálp í samband við farloyvi frá lesnaðinum. Einastu dyrnar, sum framvegis gloppa millum lesandi og sosialhjálp, eru tær sonevndu "sosialu hendingarnar". Tað vil siga, at kemur tú út fyri hendingum, sum avgerandi broyta tíni sosialu viðurskifti (t.d. álvarsamari sjúka, hjúnarskilnaði o.ø.), verður hetta roknað sum ein "sosial hending", sum í ávísum førum kann geva rætt til "bistandshjálp". Meginreglan er, at tann "sosiala hendingin" skal hava ført við sær, at SU-stuðulin + lestrarlánið ikki er nóg mikið til at uppihalda familjuni og svara hvørjum sítt. Í tílíkum førum verða málini altíð viðgjørd hvør

Fleiri upplýsingar Sum tú sært, kunnu SU-reglurnar vera rættiliga truplar at fáast við hjá føroyingum, sum ikki eru vanir við danskt skrivstovuveldi. Um tær nýtist fleiri upplýsingar, er best um tú í fyrstu atløgu vendir tær til SU-skrivstovuna ("stipendiekontoret") á útbúgvingarstaðnum, har tú skalt byrja. Allir danskir útbúgvingarstovnar hava nevniliga eina SUskrivstovu, sum avgreiðir allar vanligar spurningar um lestrarstudningin hjá teimum, sum lesa har. Somuleiðis kenna hesi starvsfólkini best til teir trupulleikarnar við SUstudninginum, ið kunnu taka seg upp á staðnum. Tú kanst eisini spyrja teg fyri á onkrari av føroysku lestrarvegleiðingunum, ella á føroysku ráðgevingini í Keypmannahavn. Sí annars heimasíðuna hjá SU-Styrelsen: www.su.dk. Her eru hentar upplýsingar at finna, umframt rokniørk o.s.fr.

Ungdómsútbúgvingar (miðnámsútbúgvingar) Ungdómsútbúgvingar eru tær útbúgvingarnar, sum eisini vanliga verða kallaðar "miðnámsútbúgvingar" (t.d. handilsskúla, studenta-skúlaog HF-útbúgvingar). SU-studningur verður vanliga latin øllum ungdómsútbúgvingum við einum ógvuliga avgerandi undantaki: Ung undir 18 ár, sum taka eina ungdómsútbúgving, hava ikki rætt til SU-studning! Henda rættin fært tú ikki fyrr enn ársfjórðingin aftan á, at tú ert fylt 18 ár. SU-studningur til 18 og 19 ára gomul, ið taka eina ungdómsútbúgving, verður roknaður eftir inntøkuni hjá foreldrunum. Tá ið tú ert fylt 20 ár, verður studningurin latin eftir, um tú ert heima- ella útibúgvandi. Studningur til ungdómsútbúgvingar verður ikki taldur við í klippikortið. Fyri at fáa SU-studning til ungdómsútbúgvingar er treytin, at tú minst hevur 16 undirvísingartímar um vikuna. Lesir tú einkultfak (t.d. HF-einkultfak) er treytin, at tú hevur minst 23 tímar um vikuna, og at tú ikki

Annika

Pisan 2004

39


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.