Fjølnir 2008 Mars

Page 3

Malan Marnersdóttir leggur fram fyri Føroyamálsdeildina er føroyskt fyri útlendingar, tí sambært Maluni er stórur eftirspurningur eftir hesum frá útlendingum, sum sita runt allan heim og granska føroyska málið. Vanliga verða skeið í føroyskum hildin í nakrar vikur um summarið, og tað er, sum sagt, nógv eftirspurt. Hin útbúgvingin er MA í fjølmiðlan. Hesa útbúgving skulu stjórnmálafrøðilesandi eisini hava møguleikan at taka.

Nýggjan bygning Petur Zachariassen segði, at nú mugu vit ikki gloyma at tosa um hølisviðurskifti. Fróðskaparsetrið hevur leingi átt stórt grundøki millum Marknagil og Hotel Føroyar. Men starvsfólkini á Setrinum síggja veruleikan í eyguni og krevja tí ikki nakran nýbygning í hesum valskeiði. Men Petur Zachariassen spurdi, um ikki bert eitt sindur av peningin kundi setast av til at fyrireikingar. Núverandi játtan hjá Fróðskaparsetrium er uml. 24 mill. árliga, og ynski er at tvífalda játtanina komandi árini. Men tá er kostnaður fyri fleiri høli ikki íroknaður.

E

lin Súsanna Jacobsen fyri Søgu- og Samfelagsdeildina segði, at deildin var tilreiðar at fara í gongd at undirvísa í løgfrøði. Um játtanin til løgfrøði kemur beinanvegin, kann undirvísingin byrja komandi heyst. Stjórnmálafrøðiútbúgvin gina, sum deildin nú bjóðar, er ætlanin at umskipa og at rætta hana eftir tørvinum í føroyska samfelagnum, t.d. at hava lærugreinina fyrisiting.

Millum framløgurnar var gott og

kveikjandi kjak millum setursstarvsfólk, politikarar og fjølmiðlafólk. Í kjakinum gjørdi Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, greitt, at hann kundi hugsað sær, at einaferð skal tað vera møguligt at lesa fólkaheilsufrøði í Føroyum og sjálvandi eisini at granska í økinum. Fólkaheilsufrøði skuldi so verið ein víðari útbúgving eftir sjúkrarrøktarfrøði.

F

elagsynski frá øllum deildunum var at taka lesandi inn á hvørjum ári fyri at vera kappingarført við onnur universitet.

Fjølnir mars 2008

4

Hóraldur Joensen greiðir frá, hvussu tað er at vera granskari í Føroyum

F

Setrið ikki satsaði ordiliga og kom við einum ordiligum uppskoti, men lítla løtu seinni hálsaði Jákup um og segði, at ynskini vóru órealistisk, tí hvaðani skuldi allur peningurin koma? Tá kjakið gjørdist lívligt, spennandi og lovandi, segði Jákup: “Skal tað vera gildi, so lat tað vera gildi” og fór síðani av fundinum.

lestu politikararnir høvdu mest áhugað at kjakast um útbúgvingar og gransking á náttúruvísindadeildini.

K

ristina Háfoss, okkara nýggi mentamálaráðharri, legði dent á, at vit ikki hava ráð ikki at satsa upp á útbúgving og gransking. Og segði, at hon var spent uppá at fara í gongd, tí her var nógv at tríva í.

M

agni Laksafoss, nývaldur tingmaður og fyrrverandi starvfólk á Setrinum, segði, at hann helt ikki, at ynskini hjá Setursfólkunum vóru órealistisk.

Avtaka Fróðskaparsetur Føroya

B

ert ein fólkaflokstingmaður var á fundinum, og hann var Jákup Mikkelsen úr Klaksvík. Hann helt, at eitt gott hugskot hevði verið at tikið av Fróðskaparsetrið og sett á stovn eitt altjóða universitet ístaðin, men hetta hugskot hevði ongin á fundinum stórvegis viðmerkingar til. Tað tyktist ikki, sum at Jákup Mikkelsen og restin av fundarfólkunum tosaðu sama mál, tí fyrst segði Jákup seg ikki skilja, hví

S

íðstu framløguna helt Hóraldur Joensen. Hann tosaði um, hvussu tað er at vera granskari í Føroyum og kom við nógvum rættiliga ítøkiligum dømum. Eitt teirra var, at um vit høvdu havt granskað meira í alivinnuna(alisjúkum), høvdu vit sloppið undan fiskafellinum fyrst í hesi øldini. Seinastu orð Hóralds vóru, at Føroyar eru ein vísindalig oyðimørk við nøkrum fáum oasum. 5

Fjølnir mars 2008


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.