Page 1

Meginfelag Føroyskra Studenta

FJØLNIR Árgangur 24 - 1. útgáva - mars 2008

Millum ateistar og prædikantar SÍÐA 9

Kveikingarfundur á Fróðskaparsetrinum

MFS-Ráðið 2008 SÍÐA 13

SÍÐA 3

Facebook fjálgar um yvirflatuna SÍÐA 6

1

Fjølnir mars 2008


Oddagrein

Kveikingarfundur á Fróðskaparsetrinum

GUNNHILD DAHL NICLASEN Góð tíðindi!

M

FS er í broytingartíð. Limagjaldið er sett niður á O kr. Nýggj forkvinna er vald, og hesa ferð lesur forkvinnan í MFS í Føroyum. MFS hevur fingið nógvar nýggjar nevndarlimir, og limatalið er meira enn tvífaldað seinasta árið. Størsti parturin av nýggju limunum er lesandi í Aberdeen.

F

róðskaparsetur Føroya, sum ikki hevur verið høgt raðfest í nógv ár, verður endiliga sett ovarliga á politisku skránna. Undan valstríðnum góvu politikararnir nógv lyfti um, at nú skal okkurt henda á útbúgvingar- og granskingarøkinum. Hesi lyfti hava starvsfólkini á Setrinum tikið til sín og lata tey ikki fara í gloymskuna.

eisini varpa ljós á útbúgving í Føroyum.

E

isini fjølmiðlarnir fylgja við, heldur seinir í vendingini hesaferð, men í morgun (17.03.08.) varð boðað frá í Útvarpi Føroya, at Náttúruvísindadeildin á Setrinum var tilreiðar við trimum nýggjum útbúgvingum á bacholorstigi. Samstundis varð sagt, at í samgonguskjalinum stendur, at neyðug játtan verður givin at seta í verk útbúgvingar, sum eru klárar at seta í verk. Tað er at frøast um, at fjølmiðlarnir

ÚTGEVARI Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17 A DK-1620 København V Web: www.mfs.fo Mail: mfs@mfs.fo Blaðið verður sent øllum MFSlimum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum.

Fjølnir mars 2008

M

Tann 12. februar bjóðaði Fróðskaparsetrið politikarum og fjølmiðlum til ein sonevndan kveikingarfund. Fleiri politikarar møttu, serliga úr Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum var væl møtt. Frá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum var bert eitt umboð fyri hvønn flokkin. Eingin úr Miðflokkinum var til staðar.

Sum nýggj forkvinna í blaðnevndini

GUNNHILD DAHL NICLASEN

FS vil eisini minna politikararnar á somu lyfti og fáa sína ávirkan á broytingarnar, sum henda á útbúgvingarøkinum í Føroyum.

ynski eg í míni fyrstu oddagrein nýggjum og gomlum lesarum vælkomnum til eitt nýtt ár við Fjølnum.

SKRIVSTOVUTÍÐIR Keypmannahavn (Føroyahúsið) Týsdag & Hósdag: Kl. 16.00 - 18.00

Tlf.: (+45) 33 25 02 10 Far.: (+45) 50 46 77 35 Århus (Áarstova) Skrivstovan er afturlatin, men MFS kann røkkast á: Far.: (+45) 50 46 77 36

2

BLAÐSTJÓRN Gunnhild Dahl Niclasen (forkvinna) Bergitta D. Thomsen Jógvan R. Simonsen Bennvør Ferjá Eyvindsson Cecilia Poulsen Jógvan Svabo Samuelsen (uppseting) PRENT Vester Kopi, KBH.

Hans Pauli Joensen, vararektari og deildarleiðari á Náttúruvísindadeildini, tók tráðin hjá Jóan Paula uppaftur og legði dent á, at nú miðað verður móti, at allir føroyingar fáa eina miðnámsútbúgving, má Setrið vera til reiðar at taka ímóti fleiri lesandi. Hans Pauli vísti eisini á, at í samgonguskjalinum stendur, at Fróðskaparsetur Føroya skal verða ment til eitt kappingarført universitet, og at neyðug játtan verður givin til at seta í verk útbúgvingar, sum eru klárar at seta í verk. Náttúruvísindadeildin er tilreiðar við útbúgvingum í jarð- og havfrøði, KTverkfrøði og lívfrøði.

R

úna Hjelm, seturskrivari, beyð vælkomin, og hóast nakrir av politikarunum longu høvdu fingið sær á borðiskin, segði Rúna: “Gerið so væl og fáið tykkum morgunmat.” Tá gjørdist onkur teirra heldur illa við. Tá restin av fundarfólkunum eisini høvdu fingið sær frá leskiliga morgunmatarborðinum, tók Jóan Pauli Joensen, rektari, orðið og segði skemtandi “harra formaður” og bjóðaði somuleiðis vælkomin. Víðari segði rektarin á Setrinum m.a.: “Nú mugu vit gerast tað vitanarsamfelag, sum vit vilja vera”.

M

alan Marnersdóttir, professari og deildarleiðari, legði fram fyri Føroyamálsdeildina. Malan greiddi frá virksemi, framtíðarætlanum og ynskjum hjá deildini. Ynski er at seta á stovn tvær nýggjar útbúgvingar. Onnur teirra

Ynskilistar

F

undurin var lagdur soleiðis til rættis, at allar tríggjar deildirnar á Setrinum sluppu at leggja fram sín ynskilista fyri politikarum og fjølmiðlunum, sum skuldu bera boðini víðari til Føroya fólk. 3

Fjølnir mars 2008


Malan Marnersdóttir leggur fram fyri Føroyamálsdeildina er føroyskt fyri útlendingar, tí sambært Maluni er stórur eftirspurningur eftir hesum frá útlendingum, sum sita runt allan heim og granska føroyska málið. Vanliga verða skeið í føroyskum hildin í nakrar vikur um summarið, og tað er, sum sagt, nógv eftirspurt. Hin útbúgvingin er MA í fjølmiðlan. Hesa útbúgving skulu stjórnmálafrøðilesandi eisini hava møguleikan at taka.

Nýggjan bygning Petur Zachariassen segði, at nú mugu vit ikki gloyma at tosa um hølisviðurskifti. Fróðskaparsetrið hevur leingi átt stórt grundøki millum Marknagil og Hotel Føroyar. Men starvsfólkini á Setrinum síggja veruleikan í eyguni og krevja tí ikki nakran nýbygning í hesum valskeiði. Men Petur Zachariassen spurdi, um ikki bert eitt sindur av peningin kundi setast av til at fyrireikingar. Núverandi játtan hjá Fróðskaparsetrium er uml. 24 mill. árliga, og ynski er at tvífalda játtanina komandi árini. Men tá er kostnaður fyri fleiri høli ikki íroknaður.

E

lin Súsanna Jacobsen fyri Søgu- og Samfelagsdeildina segði, at deildin var tilreiðar at fara í gongd at undirvísa í løgfrøði. Um játtanin til løgfrøði kemur beinanvegin, kann undirvísingin byrja komandi heyst. Stjórnmálafrøðiútbúgvin gina, sum deildin nú bjóðar, er ætlanin at umskipa og at rætta hana eftir tørvinum í føroyska samfelagnum, t.d. at hava lærugreinina fyrisiting.

Millum framløgurnar var gott og

kveikjandi kjak millum setursstarvsfólk, politikarar og fjølmiðlafólk. Í kjakinum gjørdi Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, greitt, at hann kundi hugsað sær, at einaferð skal tað vera møguligt at lesa fólkaheilsufrøði í Føroyum og sjálvandi eisini at granska í økinum. Fólkaheilsufrøði skuldi so verið ein víðari útbúgving eftir sjúkrarrøktarfrøði.

F

elagsynski frá øllum deildunum var at taka lesandi inn á hvørjum ári fyri at vera kappingarført við onnur universitet.

Fjølnir mars 2008

4

Hóraldur Joensen greiðir frá, hvussu tað er at vera granskari í Føroyum

F

Setrið ikki satsaði ordiliga og kom við einum ordiligum uppskoti, men lítla løtu seinni hálsaði Jákup um og segði, at ynskini vóru órealistisk, tí hvaðani skuldi allur peningurin koma? Tá kjakið gjørdist lívligt, spennandi og lovandi, segði Jákup: “Skal tað vera gildi, so lat tað vera gildi” og fór síðani av fundinum.

lestu politikararnir høvdu mest áhugað at kjakast um útbúgvingar og gransking á náttúruvísindadeildini.

K

ristina Háfoss, okkara nýggi mentamálaráðharri, legði dent á, at vit ikki hava ráð ikki at satsa upp á útbúgving og gransking. Og segði, at hon var spent uppá at fara í gongd, tí her var nógv at tríva í.

M

agni Laksafoss, nývaldur tingmaður og fyrrverandi starvfólk á Setrinum, segði, at hann helt ikki, at ynskini hjá Setursfólkunum vóru órealistisk.

Avtaka Fróðskaparsetur Føroya

B

ert ein fólkaflokstingmaður var á fundinum, og hann var Jákup Mikkelsen úr Klaksvík. Hann helt, at eitt gott hugskot hevði verið at tikið av Fróðskaparsetrið og sett á stovn eitt altjóða universitet ístaðin, men hetta hugskot hevði ongin á fundinum stórvegis viðmerkingar til. Tað tyktist ikki, sum at Jákup Mikkelsen og restin av fundarfólkunum tosaðu sama mál, tí fyrst segði Jákup seg ikki skilja, hví

S

íðstu framløguna helt Hóraldur Joensen. Hann tosaði um, hvussu tað er at vera granskari í Føroyum og kom við nógvum rættiliga ítøkiligum dømum. Eitt teirra var, at um vit høvdu havt granskað meira í alivinnuna(alisjúkum), høvdu vit sloppið undan fiskafellinum fyrst í hesi øldini. Seinastu orð Hóralds vóru, at Føroyar eru ein vísindalig oyðimørk við nøkrum fáum oasum. 5

Fjølnir mars 2008


Facebook fjálgar um yvirflatuna KÁRI HOLM JOHANNESEN kari_hj@hotmail.com

F

acebook heldur lív í vinarløgum, sum annars høvdu fánað burtur. Samstundis er portalurin ein góður pallur at seta seg sjálvan í miðdepilin og promovera seg sjálvan.

H

etta var niðurstøðan í einari smærri uppgávu, sum eg saman við tveimum donskum lesandi á sosiologiska instituttinum í Keypmannahavn gjørdi í vetur. Endamálið við uppgávuni var at kanna nærri, hví so nógv fólk velja at skráseta seg á tí vælumtókta portalinum Facebook.

Sjálvgleði okkara lestnaði í útlondum. Fyri at halda samband við øll hesi ymisku fólkini í okkara lívi er Facebook eitt gylt høvi, tí portalurin gevur okkum møguleikan at hava fólkini savnað á einum staði.

Halda samband

F

remsta orsøkin til, at fólk velja at skráseta seg á Facebook, er, at portalurin verður mettur at vera ein framúr góður miðil til at hava samband við onnur fólk, sum vit í gerandisdegnum ikki síggja ella tosa við. Heimurin er í dag soleiðis settur saman, at einstaka menniskjað kemur í samband við eina ørgrynnu av ymiskum fólkum. Hetta elvir eisini til trupulleikar, tí tað er nærum ógjørligt at halda sambandið við líka við øll hesi menniskju. Í okkara lívi eru vit á einari støðugari ferð millum ymiskar felagsskapir, sum vit taka lut í: tað veri seg bindiklubbar, floksfelagar, ítróttafeløg, ballingarvinir, samkomulív ella arbeiðsfelagar. Góða ferðasambandið ger eisini, at vit fara at fjakka, vitja stórbýir ella taka part av

Fjølnir mars 2008

H

invegin vísir tað seg, at sambandið, vit knýta á Facebook, er grunt. Henda veruleika fær Facebook ikki broytt stórvegis. Ein onnur orsøk til, at sambandið og samskiftið á Facebook er yvirfladiskt, er, at portalurin hevur stórt gjøgnumskygni. Ert tú vinur við ein persón, stendur tær frítt at lesa um persónin, og hvørji fólk hann ella hon samskiftir við. Hetta gjøgnumskygni elvir til ein ávísan sjálvsensur, tí tá onnur hava møguleika at fylgja við, er stórur vandi fyri, at vit aftra okkum at skriva serliga persónlig boð til hvønn annan.

6

E

H

in onnur orsøk til at fólk eru so íðin at skráseta seg á Facebook, er ein ávísur persónligur tørvur at seta seg sjálvan í miðdepilin, har tú roynir at promovera tín persón. Hetta kann gerast við at leggja hópin av myndum av sær sjálvum á heimasíðuna, fortelja fólki, hvørjar bøkur, filmar, tónleikarbólkar og sendirøðir tær dámar. Við tínari persónligu profilsíðu roynir tú – ikki serliga óvæntað - í størst møguligan mun at mála eina positiva mynd av tær sjálvum. Eitt nú verða bara tær frægastu myndirnar av tær lagdar út á netið, meðan tær minni góðu verða

óast tað hevur lítlan og ongan týdning fyri stóran part av umheiminum, so vindur tað seg alsamt meira upp á seg hjá fólki at nýta bæði Facebook og Myspace at greiða umheiminum frá, hvat tú gert í løtuni. Tú kanst spyrja teg sjálvan, hví tað hevur týdning hjá øðrum at vita, hví ein persónur í løtuni vaskar upp, skal í bindiklubb, at viðkomandi át ein vælsmakkandi morgunmat saman við partnaranum ella er til arbeiðis? Millum klokkan 8 og 16 eru flestu fólk til arbeiðis, og tí kemur tað neyvan dátt við hjá teimum flestu at hoyra frá einum

lagdar til síðis. Tekur tú eitt nú eina IQ test á tínari heimasíðu, og tað gongur illa í hond, verður úrslitið væntandi slettað alt fyri eitt. Fært tú eisini eini boð á tína persónligu síðu, sum brýtur frá myndini, sum tú vilt geva av tær sjálvum til útheimin, verða boðini varpað út í kuldan.

persóni, at hann ella hon er til arbeiðis ein vanligan gerandisdag millum 8 og 16. Øðrvísi samskiftismiðil

B

æði Facebook og Myspace umboða ein nýggjan hátt hjá fólki at samskifta. Í mun til eitt nú sms-boð, teldupost 7

Fjølnir mars 2008


ella telefonsamrøðu komu vit fram til í okkara uppgávu, at bæði Facebook og Myspace er ein minni “intimur” háttur at samskifta uppá. Hetta kemst fyrst og

Yvir 60 milliónir

A

merikanski portalurin Facebook kom undan kavi tann 4. februar 2004. Tað er fyrrverandi Harvard studenturin Mark Zuckerberg, sum saman við tveimum vinmonnum er upphavsmaður til vælumtóktu tænastuna. Í fyrstu atløgu var Facebook einans ætlað næmingum á Harvard, men tað gekk ikki rúm tíð, áðrenn portalurin bleiv almennur.

fremst av, at báðar tænasturnar hava eitt ávíst gjøgnumskygni, sum hevur við sær, at ein ávísur sensurur er á, tí fólk aftra seg við at tosa frítt frá livrini. Tað skal tó leggjast afturat, at møguleiki er fyri at samskifta við privatum boðum á Facebook. Hent amboð

Í

dag eru 60 milliónir fólk, sum nýta Facbook. Tað stendur øllum í boði at vera partur av portalinum – einasta treyt er, at tú ert fyltur 13 ár. Flestu brúkarar eru úr USA, Kanada, Onglandi, Avstralia, Turkalandi, Svøríki, Noregi, Suður Afrika, Fraklandi og Hong Kong. Kortini eru nøkur lond, sum sýta sínum borgarum at nýta Facebook. Millum hesi eru Sýria, Burma og Bhutan.

Ert tú brúkari av Facebook, er skjótt at varnast, at ein rúgva av politikarum eru at finna á síðuni. Politikarar – og nógv við teimum sjálvandi – hava fingið eyguni upp fyri, at portalurin er ein frálíkur pallur at bera fram sín politiska boðskap og samstundis koma í samband við nógv fólk. Eitt nú staðfesti danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen eftir fólkatingsvalið í november, at Facebook hevði ein týðandi leiklut í sínum valstríði og valsigri. Undir valstríðnum til løgtingsvalið tann 19. januar vóru eisini fleiri valevni at síggja á Facebook. Millum teirra kunnu nevnast John Johannessen, Georg L. Petersen, Rúna Sivertsen og Bjarni Djurholm, ið ávikavist vóru valevni hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Fólkaflokkinum.

H

eimasíðan verður í stóran mun stuðlað av lýsingum.

Í desember mánaði góvu teir báðir Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen sína fyrstu bók út við heitinum ”Krossvegir”. Hon er ein greinarøð frá 15 ymsum persónum, sum úr ymsum sjónarhornum skriva um viðurskiftini millum átrúnað og politikk í føroyska samfelagnum. Myndir: Sunva Eysturoy

JÓGVAN SVABO SAMUELSEN

vita vit, at religión fyllir nógv í tí almenna og politiska rúminum. Kjakið um sambandið millum átrúnað og politikk er onkursvegna ein bøkkur, sum ikki veruliga er vendur í føroyska bókmentaheiminum, og tað var ein motivatión til útgávuna.

E

WWW.MFS.FO WWW.MYSPACE.COM/MFSFO WWW.FACEBOOK.COM (leitiorð: meginfelag) Fjølnir mars 2008

Millum ateistar og prædikantar

8

g havi møtt teimum báðum Heina og Páll til eitt prát í Føroyahúsinum í Keypmannahavn um bókina ”Krossvegir”. Eins og Føroyahúsið er eitt savningarstað fyri føroyingar í Keypmannahavn, so er evnið í bókini – átrúnaður – eisini eitt, ið savnar nógvar føroyingar. Tó eru ikki øll samd um, hvat innihaldið eigur at vera, og hvønn leiklut átrúnaðurin skal hava í almenna og politiska rúminum.

T

að var stríðið um broytingarnar í § 266b, ið gav okkum hugskotið, men bókin snýr seg ikki um § 266b, men um tað, sum hetta stríðið var eitt symptom uppá: Grundleggandi ósemjan um, hvønn leiklut kristindómurin skal hava á politiska pallinum í Føroyum. Eftir at dustið hevði lagt seg, stóð spurningurin eftir, hvussu ein so lítil lógarbroyting kann fáa so nógv sinni í kók og skapa slíkt politiskt engasjement millum borgararnar. Tað var tí, at málið nam við

Hví tóku tit til stig til útgávuna?

H

eini: Tí at spurningurin um, hvønn leiklut religión skal hava í føroyskum politikki, er eitt rættiliga grundleggjandi, men kortini órørt evni, ið fá hava skrivað skipaðar útgávur um. Samstundis 9

Fjølnir mars 2008


Páll: Nei, ikki av tey, sum vit tosaðu

grundleggjandi spurningin um, hvussu okkara samfelag skal byggjast upp og skipast. Eitt essentielt kjak um, hvørjar meginreglur okkara samfelag og politiska skipan skulu hvíla á.

við. Tey allar flestu vóru rættiliga positiv yvir fyri hugskotinum. Men møguliga onkur heldur tað, tað vita vit sjálvsagt ikki.

P

Hvat var størsta avbjóðingin við bókini?

áll: Tað er eisini ófatiliga stórur tørvur á samtíðartilfari í Føroyum. Tað sæst best tá hugsað verður, at tað framvegis eru tær siðsøguligu bøkurnar, ið verða seldar, og av tí sama, so verða bara fleiri og fleiri av teimum givnar út. Tí var ein stór drívmegi eisini at geva eina bók út, ið viðger samtíðina og ikki fortíðina. Tann føroyski bókamarknaðurin skríggjar eftir tilfari, ið viðger samfelagið í dag. Og vit vildu gera okkara til at skapa eitt samtíðar kjakgrundarlag.

Heini: Tá tú avmarkar evnið til at

snúgva seg um sanbandið millum átrúnað og politikk, og tá fimtan ymisk fólk skriva, so er vandin, at tað sama verður sagt fleiri ferðir, so lesarin byrjar at sálast, tá hann er komin hálva leið gjøgnum bókina. Tí var avbjóðingin at eliminera allar endurtøkur og finna nýggjar vinklar og sjónarmið til hvørt kapittul. Tí valdu vit fyrst tey fimtan evnini, ið vit hildu hóskaðu best til yvirornaða problematikkin, og síðani fóru vit at leita eftir persónum, ið komu við sínum boðum uppá spurningarnar.

Nú er evnið religión. Var tað nakar, ið helt, at bókin var betur ógjørd? Fjølnir mars 2008

10

Hvussu hava tit verið móttiknir í Føroyum?

Einki frá Carl Jóhan Jensen?

Páll: Nei, tíanverri... :)

Páll: Heilt væl. Vit hava nærum verið í

øllum fjølmiðlunum. Hóast tað ikki hava verið kjaksendingar, so hava vit skipað fyri kjakfundum kring landið, m.a. í Leikalund í Klaksvík og Miðlahúsinum í Tórshavn, har fólk, ið hava skrivað greinar í bókini, hava luttikið, og eisini var undirhald við livandi tónleiki. Tað var stuttligt at síggja, hvussu nógv fólk møttu upp hvørja ferð, og tað sigur bara, at áhugin er stórur fyri evninum.

Tit hava blakað nakrar spurningar út til ymsu høvundarnar. Hvat hevur eyðkent teirra svar?

H

eini: Vit løgdu frá byrjan dent á, at skribentarnir skuldu taka støðu og ikki bara hugleiða aftur og fram uttan nakað “svar”, og sum heild eydnaðist tað eftir mínum tykki at fáa sjónarmið heldur enn analysur fram í bókini. Bókin er tí ein breið vifta av spurningum og svarum frá rættiliga ymiskum menniskjum, alt frá tí ídna samkomuleiðaranum til tann harðkókaða ateistin, og tað var endamálið. Vit vildu eisini geva rúm fyri teimum minni sensatiónshungrandi fjølmiðlayvirskriftunum, ið einans lýsa støðuna frá ekstremitetunum, tí tey allar flestu hava meira nuanseraðar meiningar

Og hvussu við ummælum?

P

áll: Har vóru tvey. Eitt frá Hanusi Kamban og eitt frá Arna Zachariassen. Tað hjá Hanusi var bara positivt – kanska í so positivt – men tað hjá Arna kom við konstruktivum kritikki, hóast tað eisini var positivt. 11

Fjølnir mars 2008


MFS-RÁÐIÐ 2008 um tingini, meðan vit í fjølmiðlunum mest verða bombarderað við teimum víðgongdu sjónarmiðunum.

spesiali um føroysku samtíðina, sum kundu valt at geva tað út í bók, so alt samfelagið fær gleði av hesum tilfari. Í staðin liggur tað í skuffum, ólisið og tað er spell.

Og hvussu verður so frameftir?

P

áll: Vit hava onga “Krossvegir 2” í kvittanum í løtuni. Sum áður nevnt, so er nóg mikið av evnum at fara undir, men vit hava ongar ætlanir beint nú. Men vit vóna, at fleiri taka táttin upp við meiri samtíðartilfari, t.d. tey mongu, ið skriva

TILBOÐ TIL ALLAR LIMIR Í MFS OGNA TÆR BÓKINA KROSSVEGIR FYRI EINANS 150 KR. !!! (kostnaður í bókabúðunum 260 kr.)

!!! TAÐ ER ÓKEYPIS AT GERAST LIMUR Í MFS !!!

Set teg í samband við: Páll Holm Johannesen (+45) 23 35 19 39 pallurin@hotmail.com ella Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com

Fjølnir mars 2008

12

Aftast frá vinstru: Bergitta Dalsgaard Thomsen (skrivari), Janus á Ryggi, Rúna Jakosen (forkvinna), Gyða Skaale Johansen. Fremst frá vinstru: Bennvør Ferjá Eyvindsson, Gunnhild Dahl Niclasen, Jógvan R. Simonsen, Jógvan Svabo Samuelsen (kassameistari). Vanta á myndini: Jákup Emil Hansen (næstformaður), Erla Petersen, Cecilia Poulsen.

MFS-NEVNDIR 2008 Keypmannahavnar-nevndin Bergitta D. Thomsen (forkvinna) Jógvan Svabo Samuelsen Jógvan R. Simonsen Bennvør Ferjá Eyvindsson Cecilia Poulsen

GÚ-nevndin Bennvør Ferjá Eyvindsson (forkvinna) Cecilia Poulsen Jákup Emil Hansen Janus á Ryggi Kate Hammer

Århus-nevndin Jákup Emil Hansen (formaður)

Blað-nevndin Gunnhild Dahl Niclasen (forkvinna) Bergitta D. Thomsen Jógvan R. Simonsen Bennvør Ferjá Eyvindsson Cecilia Poulsen Gyða Skaale Johansen (Pisan) Jógvan Svabo Samuelsen (uppseting)

Føroya-nevndin Janus á Ryggi (formaður) Rúna Jakobsen Gunnhild Dahl Niclasen Aberdeen-nevndin Gyða Skaale Johansen (forkvinna) Kate Hammer Martin Ziska Jacobsen Eyð Arge Malan Kastalag Zachariassen Arni Zachariassen

Ábyrgdarpersónar KT-nevndin: Jógvan R. Simonsen Lestrarstevnu-nevndin: Rúna Jakobsen

13

Fjølnir mars 2008


- Tiltøk í Apríl - Tiltøk í Apríl - Tiltøk í Apríl - Tiltøk í Apríl Føroyar-Brasilien 0-0?

FARVÆL TIL BLOKKSTUÐULIN – OG HVAT SO?

Hvat vísir PISA? Kann PISA brúkast í Føroyum? LESTRARSTEVNAN HJÁ NORÐURATLANTSBÓLKINUM 2008 Fyrsta føroyska PISA-kanningin gav mongum ein skelk. Føroyar eru á støði við Brasilia, og tað er tíverri ikki í fótbólti, men í lesing.

TÍÐ & STAÐ: Fríggjadagin 11. apríl í Fællessalen á Christiansborg, frá kl. 13.00 17.00. (sí www.dnag.dk)

Nógv hevur verið kjakast um úrslitið av PISA-kanningini, fólkaskúlan og føroyskar fólkaskúlanæmingar. Eisini hevur sjálvur kanningarhátturin verið fyri atfinningum, m.a. tí partar av innihaldinum eru loyniligir.

SKRÁ

Flóvin Eidesgaard, sum arbeiðir á SFI-SURVEY, hevur verið við til at gera føroysku PISA-kanningina og danskar PISA-kanningar. Í framløgu, sum MFS skipar fyri, fer Flóvin at greiða frá um PISA-kanningina við serligum atliti til ta føroysku. Hann fer at leggja nøkur nýggj úrslit úr PISA fram, umframt at gera viðmerkingar til tey úrslit, sum hava verið frammi og at vísa á, hvussu týdningarmikið tað er, at úrslitini verða tulkað og brúkt á rættan hátt. Flóvin fer at koma inn á alt frá uppgávum, sum hava verið brúktar í PISA, til statistiskar mannagongdir til bæði datainnsavning og dataanalysu.

Tiltakið verður í Føroyhúsinum í Keypmannahavn hóskvøldið 3. apríl kl. 20.00.

Felagið fyri føroysk jura lesandi hevur fingið heimasíðu!

Kl. Kl. Kl. Kl. Kl.

12:00 13:05 13:15 13:30 13:45

-

13:00 13:15 13:30 13:45 14:15

KOMA OG SKRÀSETING Juliane Henningsen, Norðuratlantsbólkurin Naser Khader, Ny Alliance Helle Thorning-Schmidt, danski Javnaðarflokkurin Spurningar/Kjak

Kl. 14:15 - 14:50 Stuttur steðgur – bólkurin bjóðar kaffi/te Kl. Kl. Kl. Kl. Kl. Kl. Kl. Kl.

14:50 15:00 15:15 15:30 16:00 16:30 16:40 17:00

- 15:00 - 15:15 - 15:30 - 16:00 - 16:30 - 16:40 – 17:00

Sjúrður Skaale, Norðuratlantsbólkurin Peter Skaarup, Danski Fólkaflokkurin Margrethe Vestager, Radikala Vinstra Spurningar/Kjak Bertel Haarder, Undirvísingarmálaráðharri, Vinstra Lars-Emil Johansen, Norðuratlantsbólkurin Kjak við limirnar í Norðuratlantsbólkinum RÁÐSTEVNAN ENDAR

VEITSLA FYRI TEIMUM FØROYSKU, OG GRØNLENDSKU, LESANDI TÍÐ & STAÐ: Fríggjadagin 11. apríl í Grønlendarahúsinum, Løvstræde 6, 1007 København K., frá kl. 19.00. (sí www.avalak.gl). Kl. 19.00 - 21.00 Felagsdøgurði við kjøt-rætti og vín. Sjúrður Skaale er toast-meistari. Kl. 21.00 - 22.00 Grønlendskur trummu-dansur o.a. undirhald. kl. 22.00 Karaoke og veitsla

TILMELDING Á WWW.DNAG.DK KOSTNAÐUR: Lestrarstevnan ókeypis - Veitslan 125 kr. Ókeypis buss-samband úr Aalborg, Århus & Odense, fríggjamorgunin 11. apríl, og heimaftur leygardagin kl. 13.00 úr Keypmannahavn. BARR-PRÍSIR:

vitja:

www.juraforever.dk Fjølnir mars 2008

14

Sodavatn 5 kr. Øl 10 kr. Shot 10 kr. Sjussur 15 kr.

GJALDING AV VEITSLUNI Vinarliga flyti peningin á konto: Danske Bank - Reg. nr.: 9570 - Konto nr.: 215 456 0 Viðmerk: Navn & Veitsla 15

Fjølnir mars 2008


Eftirmeting av løgtingsvalinum 2008

Eftirmeting av løgtingsvalinum 2008

Bogi Eliasen í Føroyahúsinum 1. februar.

Bogi Eliasen í Føroyahúsinum 1. februar.

Fjølnir mars 2008

16

17

Fjølnir mars 2008


Heim til hvat?

Millum tvær Negl!

O.N. GANTUJLIVUR Vit hoyrdu tað í valstríðnum. Vit síggja tað í heilum í skemtitekningunum í Dimmu og Sosialiunum. Føroyar hava eitt kvinnu-undirskot! Og nú vilja politikararnir hava kvinnurnar at koma heim. Í Weekendavísini var viðtal við ungar føroyskar kvinnur í sambandi við valið. Tær vóru fullgreiðar um, at rákið heima var, at tær mugu koma heim sum skjótast; men teirra spurningur var alla tíð hin sami: Heim til hvat? Tað er ein sannroynd, at hjá ungum føroyingum undir útbúgving hava Føroyar ótrúliga lítið at bjóða. Barnagarðsplássini eru dýr og trupul at fáa, studningskipanirnar til lesandi eru beinleiðis grátiligar, og ert tú nú einaferð komin soleiðis fyri, at tú ert einsamøll við smáum børnum, so er beinleiðis hopileyst. – Niðri verður tær tryggjað eitt stað at búgva, børnini sleppa á stovn, og tú fært ein studning, sum er til at liva av, um tú fert at útbúgva teg. Í Føroyum ert tú pá Herrens mark, um tú ikki hevur skyldfólk at leggjast inn á. Studningurin er í krónum og oyrum næstan óbroyttur seinstu tíggju-fimtan árini, og tað er synd at siga, at kostnaðarstøðið hevur staðið í stað hesi árini. At leiga eina íbúð í Havnini, har flestu útbúgvingarmøguleikarnir eru í Føroyum, er í besta føri bara dýrt. Næstan eingi tilboð eru um íbúðir til lesandi – kollegiir – jú, jú, Studentaskúlin hevur okkurt húsið, har teirra næmingar sleppa at húsast, og enn hava sjúkrasystrarnar Eirargarð at taka til, men tað hevur verið tutlað um at selja bygningarnar, ið eru so dýrir hjá sjúkrahúsinum at viðlíkahalda, at tað gongur út yvir raksturin. Og nú fíggjarmálaráðharrin raslar við sáplunum yvirfyri stjórunum í almennu umsitingini, at teir hava at halda játtanirnar, ella rúka høvd, so er væl hugsandi, at gongd kemur aftur á ætlanina at selja blokkarnar hjá hospitalinum. Og tað verður valla lættari tá hjá lesandi at fáa tak yvir høvdið í høvuðsstaðnum! Tað er nú eitt undarligt land, Føroyar. Vit eru so eym um, at okkara fiskimenn í stórum stíli velja at búgva í eini postbox í Noregi ella Danmark fyri at njóta fulla ágóðan av NIS og DIS skipanunum, at vit eru farin at tosa um at broyta Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina soleiðis, at teir sum sigla undir FAS reelt ongan skatt skulu betala fyri at fáa teir at skráseta seg í Føroyum. – Vell, eg eri ikki sjómaður, men dugi væl at síggja, at hesir vælútbúnu menn velja at rýma, viss teir uppá nakran máta kunnu sleppa avstað við tí, tí tað er dýrt at búgva í Føroyum. Kanska man átti at gjørt okkurt líknandi fyri at fáa ungu kvinnurnar í barnsburðaaldrinum at koma heim aftur? Kanska átti vit at havt skipanir, har ið tær, sum fáa børn, fáa bæði í posa og sekk frá almannaverkinum? Soleiðis, at tær eru tryggjaðar barnagarðspláss og útbúgvingartilboð, tí sum er fáa tær bara fría atgongd til barnagarðarnar fyri børnini hjá sær, um tær kunnu vísa á, at tær eru óarbeiðsførar av alkoholmisnýtslu ella líknandi sosialum orsøkum. Og tað er somikið mannminkandi í sjálvum sær, at tær flestu eru ov stoltar av lyndi til at fara slíka biddaragongd á Sosialu Deild. Tí velja tær heldur at fara niður, har man fær ordilig kor. At CHE samgongan hevur sett sær fyri at rætta uppá hendan trupulleika, ljóðar gott, tí tað eru valla tey minst gávaðu, sum eru rýmd av landinum at nema sær kunning um stóru verð og tryggja sær og sínum. Viss øll hesi fólk koma aftur, verður tað sum ein frískur reinskandi vindur fer gjøgnum føroyska samfelagið við nýggjum hugskotum og tonkum um, hvussu samfelagið eigur at vera rikið. Spurningurin er so bara um tað er samsvarandi við fraseringina hjá MC Restorff: Úr útlondum koma árin, sum broyta lívsvirðini nógv ... Persónliga ætli eg mær at kajina at veittra, tá ið immigratiónin byrjar ... Fjølnir mars 2008

18

Navn og aldur: Herit Helgadóttir, 26 ár Hvaðani ert tú? Vestmanna Hvat lesur tú og hvar? Socialráðgeva á den sociale højskole Hvat gjørdi tú, áðrenn tú byrjaði at lesa? Uha, altso áðrenn eg fór at lesa til socialráðgeva??? Eri útlærd serviceøkonom, áðrenn tað gekk eg á teaturlinjuni á nordiska folkhøgskolan í Kungælv, og áðrenn tað var tað HF og áðrenn tað búði eg í Ìslandi í 2,5 ár og áðrenn tað var tað nokk tað sama sum øll hini ungu í Vestmanna gjørdu, spældi hondbólt, hekk út í losjuni og geilini og í kjallaranum hjá Turið... Ert tú glað/ur fyri valið, tú hevur tikið? Ja tað haldi eg. Angri í øllum førum onki. Hvat gert tú í tíni frítíð? Lesi, vinir/familja, tónleikur, teatur and on and on Besti sangur? Shit tað er ringt, tað eru so óluksáliga nógvir góðir sangir til... Besti tónleikabólkur? Beint nú lurti eg nógv eftir Kent og Cleo malone, men haldi ikki, at eg havi beinleiðis nakran yndis bólk, lurti eftir øllum møguligum fjasi. Besta sjónvarpsrøð? Friends og Sex and the city Besta bók? Eg vildi fegin sagt Ò hjá Carli, men nhaaa ikki enn. Eri øðiliga vekk í triologiini hjá Stig Larson í løtuni, og so er tað jú eisini Drageløberen, og ræðuliga nógvar aðrar. Dugi ikki at peika á eina ávísa bók. Besti filmur? Godfather 1,2,3 Lekkrasti sjónleikari? Eg var so øðiliga forelskað í Heath Ledger, men hann tímdi ikki hettar fjasið við at liva meir, so eg fari heldur at vera forelska í onkrum sum er á lívi nú, so eg haldi at eg velji Vince Vaughn Hvat er títt motto? Carpe diem baby, tvætl, ella jú tað er nakað í den dur, haldi í øllum førum ikki at man skal hugsa ov nógv um fortíð og framtíð. Og so haldi eg eisini, at tað er umráðandi at taka teir møguleikar, sum stinga seg upp. Hvør hevði tú verið í eini teknirøð? Spiderman ella Marjanes í Persepolis. Hvønn valdi tú til seinasta løgtingsval? Tjóðveldi, Sjúrð Skaale.. Keypir tú vistfrøðiligan mat? Nei ikki nóg ofta, tað røkkur mítt SU budget ikki til. Hvussu ofta keypir tú klæðir? Tá eg havi ráð, sum ikki er so ofta. Hvat hevði tú tikið við tær út á lítla Dímun? Um eg bert skuldi veri har í nakrar fáar dagar, so hevði eg tikið mær onkrar bøkur, sum eg fegin vil lesa, men aldrin fái tikið meg saman til, so sum Ò, Krig og fred, Idioten osv. Og so hevði eg nokk eisini tikið ein dreka við, shit tað hevði veri feitt at duga at brúkt ein sovornan, og tað hevði sikkurt riggað mega væl har úti í øllum vindinum. Atlantic Airways ella Smyril Line? AA Besti fótbóltsspælari í Føroyum? Havi ongan hóming, eri úr Vestmanna. Æsir hildu ikki so leingi, so eg veit onki um fótbólt og kenni ongan sum spælir fótbólt Hvørjum leingist tær eftir í Føroyum? Familju og skerpikjøti Ætlar tú tær heimaftur, tá tú ert liðug/ur? Ja einaferð ætli eg nokk, men tað verður í øllum førum ikki beint tá eg veri liðug, kanska 5-10 ár aftaná, you never know.. Hvat hevur tú við tær í viðførinum, tá tú fert heim eftir loknan lestur? Eina rúgvu av bókum sum eg aldrin fari at hyggja í aftur, og so sjálvandi tað, at eg eri blivin MEGA klók ;) Hví halda vit jól? Tí tað er ordiliga hugnaligt og góður matur. Hevði viljað, at eg kundi sagt, at tað var fyri gávurnar, men tær fái eg so fáar av longur. Snýt at øll gevast at geva mær gávur. bara tí eg eri blivin 26 ár. Besta persónliga tónleika-uppliving? Havi havt nógvar, men millum tær bestu eru nokk Kaizers orchestra á Vega, Elton Jonh og Lahle Hvønn spurning vildi tú sett næsta persóni í Millum 2 Negl? À gud tað áni eg ikki. Hvør er verðins besta systir kanska ;) 19

Fjølnir mars 2008


M F S

AFSENDER:

Meginfelag Føroyskra Studenta - Vesterbrogade 17A - 1620 København V - DK

KOMANDI TILTØK HJÁ MFS: HÓSDAGIN 3. APRÍL FLÓVIN EIDESGAARD GREIÐUR FRÁ UM PISA-KANNINGINA “Hvat vísir PISA? Kann PISA brúkast í Føroyum?” Føroyahúsið í Keypmannahavn kl. 20.00

FRÍGGJADAGIN 11. APRÍL LESTRARSTEVNAN HJÁ NORÐURATLANTSBÓLKINUM 2008 TÍÐ & STAÐ: Fríggjadagin 11. apríl í Fællessalen á Christiansborg, frá kl. 13.00 17.00. (sí www.dnag.dk). SKRÁ (sí www.mfs.fo & www.dnag.dk). VEITSLA FYRI TEIMUM FØROYSKU, OG GRØNLENDSKU, LESANDI TÍÐ & STAÐ: Fríggjadagin 11. apríl í Grønlendarahúsinum, Løvstræde 6, 1007 København K., frá kl. 19.00. (sí www.avalak.gl). Kl. 19.00 - 21.00 Felagsdøgurði við kjøt-rætti og vín. Sjúrður Skaale er toast-meistari. Kl. 21.00 - 22.00 Grønlendskur trummu-dansur o.a. undirhald. kl. 22.00 Karaoke og veitsla

TILMELDING Á WWW.DNAG.DK

Fjølnir 2008 Mars  

Scanning av gomlum bladid.

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you