Fjølnir - Árgangur 21 - Nr. 3 - Oktober 2005

Page 6

Ella kunnu vit? Summu kunnu tíanverri, sjálvt um mong av okkum finna útav, at óluksáliga nógv skal til at viga upp ímóti møguleikanum at vakna hvønn dag og hyggja útyvir havið, at síggja ein seyð hvønn einasta dag, at anda frísku luftina og smakka reina vatnið, at blunda og njóta friðin........at vera heima.

um okkum? Jú fyrr, vit tora at hyggja, jú fyrr gerast vit klár at velja, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til hesar broytingar. Og jú meiri, vit tora at vera opin fyri fjølbroytni, jú meiri liviligt verður .... fyri okkum øll.

Men samfelagið er viðbrekið og tað er alneyðugt at fáa tey vælútbúnu fólkini heim aftur. Synd er, um vit missa tey bestu, hvat kunnu vit gera fyri at forða hesum? Ja, vit kundu jú byrjað at tosað opið um, hvat ið tað er, ið heldur teimum burtur. At tora at kritisera okkum sjálvi og koma burturúr illusjónini um, at Føroyar er heimsins besta land, einans av tí orsøk, at har er trygt og vakurt. Vakurt, jú! Trygt? Er tað tað, ella er tað nakað, ein billar sær sjálvum inn, tá ið ein velur at lata eyguni aftur og ikki ynskja at fylgja við í ógvusligu broytingunum, ið henda rundan

“meginlandinum”, og longu nú búgva 46 % av Føroya fólki á Streymoynni, meðan onnur 22 % búgva á Eysturoynni. Á øllum meginlandinum fara meiri enn 85 % av fólkinum av búgva, tá ið tunnilin millum Eysturoy og Norðoyar letur upp í 2006, og um fáa ár fer næststørsti býurin í Føroyum helst at vera norðari forstaðurin hjá Tórshavn, Hoyvík, ið við sínum trýtúsund íbúgvum longu nú er Føroya triðstørsti býur. Í 1989 var Hoyvík bert níggjundstørsta búpláss í Føroyum. Soleiðis eru bústaðarynski føroyinganna broytt avgerandi síðani stóru samfelagskreppuna. Í grundini byrjaði býargerðin av Føroyum longu við ídnaðargerðini í

Føroyski vakstrarásin eru tey økini í Føroyum, ið hava havt størstan fólkavøkstur hetta seinasta áratíggið (grátt øki), og hesi øki eru í mestan mun savnaði kring teir vegirnar, ið hava størstu ferðsluna (tjúkkar strikur).

Minnist til skriviskeiðið 22. okt.! Sí nærri á síðu 11

6

fjølnir

OKT. 2005

seinnu helvt av nítjundu øld, tá yvirskotsfólkið frá gomlu bóndabygdunum flutti inn til tær skjótt vaksandi fiskivinnubygdirnar. Men heilt fram til áttatitalið varð føroyska framleiðslan tvíhildin úti á flestu oyggjunum, m.a. eisini sum liður í einari politiskari stýring, ið skuldi fremja menningina av bygdunum (bygdamenning). Gamli, miðspjaddi framleiðslustruktururin, har virki og arbeiðsmegi vóru spjødd út um alt landið yvirlivdi heilt fram til byrjanina av nítitalinum, hóast tað heilt síðani fimmtitalið hevði verið ein miðsavning av føroyska ídnaðinum og harvið eisini av bústøðunum. Men henda menning hevur samstundis ført við sær eina aðra menning: at føroyingar hava ment ein sera markantan “gerandsimobilitet”. Heldur enn at flyta av landinum og inn í býirnar er tað við teimum nógvu íløgunum í føroyska undirstøðukervið vorðið gjørligt at búgva á bygd og arbeiða í býunum, samstundis sum tað eisini er vorðið gjørligt at varðveita arbeiðspláss úti í bygdunum, hóast relevanta arbeiðsmegin kanska býr í býunum. Nógvir føroyingar hava vant seg við at pendla upp til 150 km hvønn dag, og henda økta pendling kann m.a. lesast úr øktu ferðsluni, serliga á strekkjunum, ið samanbinda føroyska vakstrarásin, ið sostatt verður sjálv beinagrindin í tí føroyska netverksbýnum. At búseta seg framvið henda høvuðsferðsluás kann tískil lesast sum eitt strategiskt val, har ein fær størri arbeiðs-, mentanarog tænastumøguleikar vegna øktu møguleikarnir fyri at pendla til tey ymisku støðini.

Vit eru í mfs-ráðnum so heppin at hava fingið heilar tríggjar nýggjar ráðslimir her í seinastuni. Tey eru: Malan Ludvig, 24 ár, lesur pedagogikk í Kbh; Rógvi Joensen, 26 ár, lesur HA-almen í Kbh og Súsanna Niclassen, 24 ár, lesur ergoterapi í Kbh. Vit bjóða teimum hjartaliga vælkomin! OKT. 2005

fjølnir

19


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.