Page 1

Returadresse: Fjølnir MFS Vesterbrogade 17A Dk-1620 København

Meginfelag Føroyskra Studenta

21. árgangur

fjølnir okt. 2005

3. blað 2005

GÓÐA HEYSTFRÍTÍÐ! MENTUNNARHVØKKUR2- MFSTVEITTÚT!-UPPGÁVAN ERATARGUMENTERA- KAGAUPPÍ HIMMALIN - EVROPEISKA SAMVELDIÐ? -ÍMYNDIN AV BÚSTAÐNUM - VALDI AT DOYGGJA FYRI FÓLKARÆÐI Ð

M

F

S


Fjølnir

Millum tvær negl

okt. 2005

ISSN 1396-206X Útgevari: Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17 A DK-1620 KBH V tlf 33 25 02 10 E-postur: mfs@mfs.fo E-postur: fjolnir@mfs.fo Blaðið verður sent øllum MFS-limum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum. Skrivstovutíðir: Kepmannahavn: Føroyahúsið, opið mánadag og fríggjadag kl 16-18 Århus: Opið týsdag kl 16-18, bústaður: Áarstova, Vestergade 48D, 8000 Århus C, tlf 27 74 83 21 Blaðstjórn: Nina A. Arge (ábyrgd og uppsetan) Katrin D. Apol Sonja J. Jógvansdóttir Petur Martin Hansen Jákup Sverri Kass Doris Bjarkhamar Øll eru vælkomin í blaðbólkin!!! Prent: MFS í Keypmannahavn Prentað 2005 Endurprent Tilfar úr blaðnum kann endurprentast við tí treyt, at keldan er TÝÐILIGA merkt.

Hvussu eitur tú og hvussu gamal/ gomul ert tú? Thora Augustinussen, 26 ár Hvaðani ert tú? Av Argjum Hvat lesur tú og hvar? Service Økonom vid ferðavinnu sum serritgerð. Handilsskúlin í Randers Nær byrjaði tú? 1 sep. 2005 Hvat gjørdi tú áðrenn tú byrjaði at lesa? Var í læru á Kunningarstovuni í Havn Hvat gjørt tú í tíni frítíð? Hugni mær, svimji og taki myndir Um tú vart í eini teknirøð, hvør hevði tú so verið? Jessica Alba í Sin City ;-) Hvat hevur tú við í “viðførinum”, tá/um tú flytur heim aftur til Føroya? Eina rúgvu av vitan um ferðavinnu Hvussu sær tín nærmasta framtíð út? Lesa, lesa og lesa....

Um tú hevði valt umaftur, hevði tú tikið somu avgerð? Ja Hvat hevði tú gjørt øðrvísi? Onki Hevur tú nøkur serstøk ráð at geva øðrum, sum ætla at fylgja í tínum fótasporum? Ger tað bara, ikki ivast...ferðavinnan er framtíðin Hvørjum leingist tær eftir heima í Føroyum? At nattúran liggur beint uttan fyri hurdina Hvørjum leingist tær ikki eftir heima í Føroyum? At alt er so ókritiskt Hvørjum fer tær at leingjast eftir, um tú aftur fert at búgva í Føroyum? Danska veðrinum Hvørjum fer tær ikki at leingjast eftir, um tú aftur fert at búgva í Føroyum? Bilos Hvat er títt lívsmotto? Gjøgnum svárar tíðir, gerst ein bert sterkari Um tú vart tvungin at flyta út á Lítlu Dímun, hvat hevði tú so tikið við tær? Soviposa Hvusssu valdi tú tær tína útbúgvingarleið og títt útbúgvingarstað! Vildi lesa víðari innanfyri ferðavinnu og fór inn á netið at leita og fann SØK útbúgvingina. Hvønn spurning vilt tú seta næsta persóninum í »Millum tvær negl«? Besti sangur nakrantíð?

Tit eru øll vælkomin at luttaka í blaðnevndini ella onkrum av hinum nevndararbeiðinum hjá mfs. Sendið okkum ein teldupost!

fjølnir

OKT. 2005

OKT. 2005

fjølnir

23


Valdi at doyggja fyri fólkaræðið

MENTUNNARHVØKKUR 2 Nina A. Arge

Petur Martin Hansen ummælir:

4

MFS TVEITT ÚT!

f f f f f f

Eg var eitt kvøldið og hugdi eftir týska filminum “Sophie Scholl - teir síðstu dagarnir”. Sigast má, at filmurin var sera sterkur, hann rakti beint í hjartað. Filmurin byggir á veruligar hendingar í Týsklandi undir seinna heimsbardaga. Ein bólkur, nevndur “hvíta rósan”, av ungum lesandi setur seg upp ímóti nasismuni. Tey vilja hava, at fólkið í Týsklandi vaknar við og fer at hugsa seg um í staðin fyri at lata eyguni aftur fyri teimum ræðuleikum, sum nasisman stendur fyri.

Katrin D. Apol Høvuðspersónurin Sophie, eldri beiggi hennara og ein triðji, verða tikin eftir at hava handað út forboðið tilfar á Universitetinum í München. Ein stórur partur av filminum gongur fyri seg í einum avhoyringarrúmi, har ein løgreglumaður frá Gestabo avhoyrir Sophiu. Samtalan ímillum Sophiu og løgreglumannin er drúgv, men sera áhugaverd. Í byrjanini er Sophia bangin og vil ikki kennast við nakað, hon er ákørd fyri, men so við og við sum prógvini ímóti henni verða ov tyngjandi, velur hon at at játta seg sekan. Tey trý verða førd fyri rættin, og skelkandi er, hvussu rættarviðgerðin gongur fyri seg, eingin veruligur ákæri ella verji, men bara ein svakur dómari. Hóast tað ikki er lætt, so eydnast Sophiu at fáa orðini fram, har hon millum annað sigur: “í dag verða vit dømd, men í morgin verða tit dømdir”. Tey trý verða dømd til deyðan, og verða avrættaði beinanvegin, fýra dagar eftir handtøkuna. Hesin filmur um Sophiu Scholl og henara síðstu dagar hóskar væl til ein annan film, “Der Untergang”, sum eisini hevur verið vístur í biografinum í ár. Skal ein skera inn á bein, so byggja hesir báðir filmar á veruligar hendingar undir nasismuni, og hava hesir báðir filmarnir eisini tað í felag, at teir hava tveir javngamlar høvuðspersónar: Sophiu Scholl, sum valdi at seta seg upp ímóti nasismuni, og mátti gjalda við lívinum og í “Der Untergang”, Traudl Junge, skrivarin hjá Hitler, sum velur at fylgja steyminum og, til sín doyggjandi dag, ikki kundi fyrigeva sær sjálvum fyri at bara at hava latið staðið til.

UPPGÁVAN ER AT ARGUMENTERA Dánial Hoydal

fjølnir

OKT. 2005

11

KAGA UPP Í HIMMALIN Dann Jacobsen

12

EVROPEISKA SAMVELDIÐ? Jákup Sverri Kass

16

ÍMYNDIN AV BÚSTAÐNUM Sámal Matras Kristiansen

18

VALDI AT DOYGGJA FYRI FÓLKARÆÐIÐ Petur Martin Hansen ummælir

22

MILLUM TVÆR NEGL Hesaferð: Thora Augustinussen

Tit eru øll vælkomin at luttaka í blaðnevndini ella onkrum av hinum nevndararbeiðnum hjá mfs. Sendið okkum ein teldupost!

22

7

OKT. 2005

fjølnir

23


Mentunnarhvøkkur

2

ODDAGREIN

Nina A. Arge

Mótaorð? Kanska. Nógv brúkt í øllum førum. Ella kanska er tað bara í tíðini sum lesandi og útiseti, at hetta orð tykist vera allastaðni. Mfs, Holger Arnbjerg og onnur við fyrireika okkum til hendan vælsignaða hvøkkin, ið vit skulu vænta kemur, tá vit flyta úr Føroyum og til okkara komandi lestrarland. Hann kemur eisini hjá okkum flestu. Tað sum tó verður minni tosað um, tað er at hann kemur aftur, tá vit einaferð byrja at umhugsa at flyta heimaftur eftir lokna útbúgving. Vit hava broytt okkum og upplivað mangt, ið setur lívið í Føroyum í eitt heilt annað perspektiv. Støddin á hesum hvøkkinum veldst sjálvandi av, hvussu langt burturi, ein er úr Føroyum, meðan ein er burtur. Um vit búgva saman við einum føroyskum partnara, beint við hjá systrini, eta føroyskan mat og fara á føroyska barr hvørt vikuskifti, so er munurin millum lívið harheima og í nýggja umhvørvinum ikki so eyðsundur, sum um vit vóru einsamøll langt burturi. Ei heldur hevði hvøkkurin kanska verið so ógvusligur, um vit ikki júst høvdu verið úr Føroyum – hetta pinkulítla støvkornið í heimsins stóra ballsali, sum William Heinesen málber seg. Hesin avsíðis krókurin í heiminum, ið í so mongum førum tykist heilt óávirkaður av, hvat ið hendir úti í heimssamfelagnum, eins og vóru vit ikki ein partur av tí.

At summi fólk fara í jarðarferð, bert fyri at forvitnast? At, um tú fert í býin sum privatfólk eitt vikuskifti, so koma fólk og tosa ljótt við teg, orsakað av starvi tínum? Elis í útvarpinum? Tónleikurin í Útvarpi Føroya? Væntandi fyritakssemi? At ikki ber til at keypa frískan fetaost? At tað altíð regnar? At ikki ber til at ganga til tai-chi? At bert teir modnu Hollywood-filmarnir koma til Føroyar? At kondittaríið er stongt? Fundamentalisman? Konservativisman? Nasjonalisman? Snævurskygnið? ..........

Men júst, hvat er tað, ið ringt kann vera at venja seg við aftur, hjá summum heilt ómøguligt? Er tað:

Hvat ger so føroyska samfelagið við hendan veruleika? Jú, vit fáa m.a. ein ókeypis ferðaseðil heim um árið, so kjansurin fyri, at vit hitta ein føroyskan partnara økist (Fær discoteque Jacques stuðul eisini?)...........annars

Slaturin - helst tann óndsinnaði?

4

fjølnir

OKT. 2005

Hesin listin er sjálvandi ymiskur í longd og innihaldi frá persóni til persón. Men tað er ein sannroynd, at nógvir føroyingar, ið flyta út at lesa, aldrin venda heimaftur. Bæði tey, ið giftast uttanlands, men eisini onnur, ið heilt av fríum vilja, velja aldrin at koma heim aftur til móðurlandið. Summi ov framasøkin, summi ov veik, summi ov útstoytt og summi bert ov forvitin.

at bilismuni, ið nærum er konstituerandi fyri føroyska undirstøðukervið í dag. Bilurin hevur eisini tann fyrimunin, at ein sjálvur kann velja nær, mann vil fara avstað, um ein væl at merkja ikki hevur tørv á at náa eina ferju ella ein flúgvara. Á meginlandinum hevur mann tískil í grundini møguleika at velja ikki bert »hvar« ein vil lokalisera sínar gerandis aktivitetir, men harumframt »nær« og »hvussu leingi« mann vil vera á teimum ymisku støðunum. Mobiliteturin hevur tíksil ført við sær øktar møguleikar at velja hvar í landinum ein ynskir at búseta seg, og harvið kann ein eisini seta nøkur krøv til staðið, har ein býr, meðan tað áður var neyðugt at búgva rímiliga nær við arbeiðsplássið fyri at fáa gerandisdegin at hanga saman. Tað er týðandi at sláa fast, at hugtakið »mobilitetur« í hesum føri skal skiljast sum »mobilitetur í sambandi við tað at búgva« (pendling av ymiskum slagi), og ikki sum ein yvirskipaður mobilitetur, ið sostatt eisini umfatar migratión.

OKT. 2005

fjølnir

21


Men hvussu hongur henda broytta búsetingin saman? Eitt er at eygleiða eitt strukturelt skifti í føroysku geografiini, men tað svarar ikki uppá spurningin um, hví nýmótans føroyingar velja at búgva, har teir búgva. Meðan mann fyrr búði, tænastunýtti, mentanarnýtti og arbeiddi í bygdini, er tað nú gjørligt at velja millum samanlíkniligar funktiónir í nógvum ymiskum býum og bygdum á øllum føroyska meginlandinum. Summar bygdir hava ment seg kring ídnað, aðrar kring tænastuútboð og aðrar aftur kring góðar bústaðarmøguleikar, m.a. gott lendi, gott útsýni ella trygg kor hjá børnunum. Tað er tískil trupult at halda fram at skilja bygdina sum eina avmarkaða samfelagsliga eind. Bygdirnar eiga heldur at skiljast sum partar av einum stórum býarøki, ið fevnir um næstan alt tað føroyska meginlandið. Sostatt mega vit tosa um eina metropolisering av pørtum av føroyska samfelagnum, har alsamt størri partar av samfelagsvirkseminum savnast kring føroyska vakstrarásin. Hetta eigur at føra við sær eina økta fatan av nýggja leikluti bygdanna, ikki minst úti í smáu og meðalstóru bygdakommununum, ið mangan tykjast at hava trupult at nýtulka ta nýggju støðuna og at leggja strategiir fyri eina øðrvísi framtíð, har bygdin ikki longur er ein framleiðslueind, men ein partur av einum víðkaðum framleiðsluregimi. Kommunurnar standa fyri eini avgerandi avbjóðing, tá bygdirnar gerast bústøð hjá einum nýggjum slagi

20

fjølnir

OKT. 2005

er hetta nóg mikið? Framløgan í Føroyahúsinum

av føroyingum, ið ikki longur kenna seg knýttar at lagnufelagsskapinum, ið var at finna í forfedranna bygd, men heldur búseta seg grundað eina góðskumeting av teimum ymisku støðunum. Hetta merkir ikki, at tað ikki eisini hava verið ímyndir av bústaðnum í farnari tíð, men at tann “faktisiteturin” (sjálvsagdi og fasti veruleikin), ið fanst í avmarkaðu, gudsóttandi, føroysku bóndabygdini er vorðin bloyttur upp í teirri nýggju tíðini og vorðin “refleksivur”. Nýggi føroyingurin er sostatt vorðin refleksivur í sínum bústaðarvali, ella rættari: hann hevur betri fyritreytir fyri at reflektera yvir sína støðu í heiminum. Hetta er ikki neyðturviliga nakað nýtt, men alsamt meiri átroðkandi so hvørt sum “mobilitetskapitalur” hvørs einstakra er øktur í samsvari við betraða útbúgvingar- og vælferðarstøðið. Í Føroyum er hesin mobilitetskapitalur serliga knýttur

tykist sum, at tað satsar uppá, at náttúran og familjan eru nóg stór orsøk at hála okkum heim aftur á klettarnar at búgva. At ynskið um, at børn okkara fáa ein føroyskan uppvøkstur og skúlagongd eins og vit sjálvi, er so mikið stórt, at vit velja mongu útlendsku møguleikarnar, tey annars kundu fingið, burtur. Ikki fyrr enn akkurát nú, er m.a. føroyska miðfyrisitingin byrjað at bjóða føroyskum lesandi starvsvenjing. Vit hava stutt síðan fingið valrætt, so vit hava møguleikan, at fáa ávirkan á føroyskan politikk, meðan vit eru burturstødd. Í tí dagliga lívinum millum vanliga heimføðingin kann tað tó viðhvørt tykjast sum eitt ólekjandi gap er voksið millum okkum og tey, ið valdu at vera verandi eftir og halda fast um tryggu, heimligu, óbroytandi viðurskiftini og kenna seg hótt av fólki, sum bera boð um, at heimurin uttanfyri Føroyar broytist dag um dag.

Men nevniliga hetta við, at heimurin broytist og gerst alsamt minni, ger tað kanska júst eisini lættari hjá útisetum at taka avgerðina, at blíva burturi. Tá eg flutti niður á sinni, var ikki vanligt at øll høvdu breiðband heima, ið nú ger, at til ber at hoyra Útvarp Føroya og síggja Dag og Viku, ella at til bar at smsa við mammu sína, at ringjast kundi ókeypis við Skype. Nú kennist Føroyar ikki heilt so langt burturi, lætt er at fylgja við, hvat hendur heima og um føroyska flogferðslan fær fylgt við menningini av tí altjóða flogferðsluni, so kundi verðið bíligari og lættari at komið heim oftari. Vit kunnu sita niðri ella í París ella í Sýriulandi og arbeiða gjøgnum alnótina fyri føroyska fyritøku, meðan børnini og vit sjálvi njóta gott av mongu møguleikunum, ið heimssamfelagið hevur at bjóða og so flúgva heim oftari at eta ræst kjøt frá ommum, fara á seiðaberg, Ólavssøku og ein túr við Norðlýsinum at fáa teir ringastu tørvirnar í samband við heimlongsli stillaðar........

OKT. 2005

fjølnir

5


Ella kunnu vit? Summu kunnu tíanverri, sjálvt um mong av okkum finna útav, at óluksáliga nógv skal til at viga upp ímóti møguleikanum at vakna hvønn dag og hyggja útyvir havið, at síggja ein seyð hvønn einasta dag, at anda frísku luftina og smakka reina vatnið, at blunda og njóta friðin........at vera heima.

um okkum? Jú fyrr, vit tora at hyggja, jú fyrr gerast vit klár at velja, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til hesar broytingar. Og jú meiri, vit tora at vera opin fyri fjølbroytni, jú meiri liviligt verður .... fyri okkum øll.

Men samfelagið er viðbrekið og tað er alneyðugt at fáa tey vælútbúnu fólkini heim aftur. Synd er, um vit missa tey bestu, hvat kunnu vit gera fyri at forða hesum? Ja, vit kundu jú byrjað at tosað opið um, hvat ið tað er, ið heldur teimum burtur. At tora at kritisera okkum sjálvi og koma burturúr illusjónini um, at Føroyar er heimsins besta land, einans av tí orsøk, at har er trygt og vakurt. Vakurt, jú! Trygt? Er tað tað, ella er tað nakað, ein billar sær sjálvum inn, tá ið ein velur at lata eyguni aftur og ikki ynskja at fylgja við í ógvusligu broytingunum, ið henda rundan

“meginlandinum”, og longu nú búgva 46 % av Føroya fólki á Streymoynni, meðan onnur 22 % búgva á Eysturoynni. Á øllum meginlandinum fara meiri enn 85 % av fólkinum av búgva, tá ið tunnilin millum Eysturoy og Norðoyar letur upp í 2006, og um fáa ár fer næststørsti býurin í Føroyum helst at vera norðari forstaðurin hjá Tórshavn, Hoyvík, ið við sínum trýtúsund íbúgvum longu nú er Føroya triðstørsti býur. Í 1989 var Hoyvík bert níggjundstørsta búpláss í Føroyum. Soleiðis eru bústaðarynski føroyinganna broytt avgerandi síðani stóru samfelagskreppuna. Í grundini byrjaði býargerðin av Føroyum longu við ídnaðargerðini í

Føroyski vakstrarásin eru tey økini í Føroyum, ið hava havt størstan fólkavøkstur hetta seinasta áratíggið (grátt øki), og hesi øki eru í mestan mun savnaði kring teir vegirnar, ið hava størstu ferðsluna (tjúkkar strikur).

Minnist til skriviskeiðið 22. okt.! Sí nærri á síðu 11

6

fjølnir

OKT. 2005

seinnu helvt av nítjundu øld, tá yvirskotsfólkið frá gomlu bóndabygdunum flutti inn til tær skjótt vaksandi fiskivinnubygdirnar. Men heilt fram til áttatitalið varð føroyska framleiðslan tvíhildin úti á flestu oyggjunum, m.a. eisini sum liður í einari politiskari stýring, ið skuldi fremja menningina av bygdunum (bygdamenning). Gamli, miðspjaddi framleiðslustruktururin, har virki og arbeiðsmegi vóru spjødd út um alt landið yvirlivdi heilt fram til byrjanina av nítitalinum, hóast tað heilt síðani fimmtitalið hevði verið ein miðsavning av føroyska ídnaðinum og harvið eisini av bústøðunum. Men henda menning hevur samstundis ført við sær eina aðra menning: at føroyingar hava ment ein sera markantan “gerandsimobilitet”. Heldur enn at flyta av landinum og inn í býirnar er tað við teimum nógvu íløgunum í føroyska undirstøðukervið vorðið gjørligt at búgva á bygd og arbeiða í býunum, samstundis sum tað eisini er vorðið gjørligt at varðveita arbeiðspláss úti í bygdunum, hóast relevanta arbeiðsmegin kanska býr í býunum. Nógvir føroyingar hava vant seg við at pendla upp til 150 km hvønn dag, og henda økta pendling kann m.a. lesast úr øktu ferðsluni, serliga á strekkjunum, ið samanbinda føroyska vakstrarásin, ið sostatt verður sjálv beinagrindin í tí føroyska netverksbýnum. At búseta seg framvið henda høvuðsferðsluás kann tískil lesast sum eitt strategiskt val, har ein fær størri arbeiðs-, mentanarog tænastumøguleikar vegna øktu møguleikarnir fyri at pendla til tey ymisku støðini.

Vit eru í mfs-ráðnum so heppin at hava fingið heilar tríggjar nýggjar ráðslimir her í seinastuni. Tey eru: Malan Ludvig, 24 ár, lesur pedagogikk í Kbh; Rógvi Joensen, 26 ár, lesur HA-almen í Kbh og Súsanna Niclassen, 24 ár, lesur ergoterapi í Kbh. Vit bjóða teimum hjartaliga vælkomin! OKT. 2005

fjølnir

19


Ímyndin av bústaðnum - búsetingin á føroyska meginlandinum í eini mobilari tíð

MFS tveitt út!

Sámal Matras Kristiansen

Katrin D. Apol

30. sep. 2005 hevði MFS eitt tiltak í Føroyingahúsinum, har tey høvdu fingið Sámal Matras Kristiansen at framleggja høvuðsuppgávu sína.

Sámal er samfelagsfrøðingur, cand.scient.soc, útbúgvin av Roskilde Universitetscenter í 2005. Henda grein er eitt samankók og umseting av brotpørtum av høvuðsuppgávu hansara, “Forestillingen om bostedet – et casestudie af bosætningen i det færøske hovedland i en mobil tidsalder«“. Øll ritgerðin kann heintast í pdf-sniði her: http://diggy.ruc.dk/handle/ 1800/1147

Undir stóru samfelagskreppuni í Føroyum í nítiárunum vórðu stórir partar av føroyska fólkinum noyddir at flyta av landinum, eftirsum stórir partar av miðspjadda samfelagsbúskapinum var farin fyri bakka vegna fíggjarligu kreppuna, ið veruliga tók dyk á seg, tá Sjóvinnubankin fór á húsagang í oktobur 1992. Í 1995 var botnurin náddur, og búskapurin byrjaði spakuliga at ganga uppeftir aftur, og í 2002 búði fleiri fólk í Føroyum enn undan kreppuna í 1989. Tó hevur vøksturin síðani kreppuna, t.v.s. frá 1995 – 2004, verið sera ójavnt býttur. Fjarskotnastu økini, tær sonevndu útoyggjarnar, hava verið fyri tað ógvusligasta vanbýtið, meðan onnur øki í útjaðaranum og miðjaðaranum hava upplivað lágan vøkstur, stagnatión ella enntá minusvøkstur, har serliga Suðuroy og Sandoy hava verið fyri vanbýti. Vøksturin í føroyska samfelagnum hevur í tí stóra tikið savnað seg kring býirnar Tórshavn, Runavík og – í minni mun – Klaksvík. Men í enn størri mun hevur vøksturin savnað seg í økjunum framvið nógv nýtta høvuðsvegin millum hesar býir. Hetta økið havi eg nevnt »tann føroyska vakstrarásin«, og hetta hugtak leggur upp til, at vøkstur og mobilitetur eru nær knýtt at hvørjum øðrum, meðan øki við vánaligum samferðslumøguleikum – útoyggjarnar og Suðuroy og Sandoy – hava sera ilt við at fáa fótin fyri seg í kappingni við hini økini í Føroyum. Við øðrum orðum er breiddin í føroysku búsetingini spakuliga farin at trána. Alsamt fleiri fólk búseta seg á teimum stóru, samanhangandi oyggjunum,

18

fjølnir

OKT. 2005

ikki nøktaðu tørvin. Ynski vóru tí frammi um at býta um høli við MFS, ið „átti“ eina á leið dupult so stóra skrivstovu. MFS-ráðið vísti hvørja ferð fyrispurninginum aftur, tí mett varð ikki, at minnu hølini nøktaðu tørv felagsins. Hildið varð hervið, at málið var úti av verðini!

Tað tykist nú vera greitt, at MFS missir skrivstovuhølini í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hóast mótmæli frá MFS-ráðnum hevur leiðslan í húsinum gjørt av, at privat fyritøka yvirtekur hølini frá 1. nov., meðan MFS í staðin fær boðið onnur høli, ið einans eru á leið helmingin til støddar. Vit hava sum so eingi rættindi í málinum og noyðast at geva okkum, men vilja mótmæla avgerðini og boða frá, at flytingin fer fram „undir protest“. Samstundis seta vit spurnartekin við, um tað er rætt, at tað almenna við at lata stuðul til Føroyahúsið umvegis stuðlar einstakari privatari fyritøku á góðu adressuni á Vesterbrogade!

Í august fekk MFS so bræv um, at leiðslan í húsinum á fundi hevði avgjørt, at umbýtið skuldi fara fram hóast alt. Tó at ávísir ágóðar stóðu okkum í boði við flytingini, kendu vit okkum ikki sørt illa viðfarin, tí vit vóru als ikki hoyrd í málinum og høvdu ikki so mikið sum fingið fundarinnkalling til nevnda fund. At tílík avgerð var tikin yvir høvdið á okkum, uttan at nakar talaði okkara søk, hildu vit eisini vera heilt burturvið. Tí varð eitt aftursvar orðað til Føroyahúsið, sum stendur at lesa á næstu síðu, har roynt varð at grundgeva fyri okkara tørvi og skeivleikanum í umbýtinum. Eisini vendu vit okkum til Mentamálaráðið sum avvarðandi myndugleika hjá bæði MFS og hjá Føroyahúsinum. Endamálið við hesum var, at vit vónaðu, at MMR fór at stuðla okkum í okkara mótmæli. Hildið varð nevniliga ikki, at Føroyahúsið arbeiddi út frá endamálsorðingini, tá ein privat fyritøka á henda hátt varð raðfest fram um eitt felag sum MFS.

MFS varð í fleiri umførum í vár spurt, um vit høvdu áhuga at skifta um skrivstovuhøli við privata fyritøku á loftinum í Føroyahúsinum. Orsøkin var, at privata fyritøkan hevði víðkað so mikið um virksemi sítt, at verandi høli

Okkum kunnugt hevur eingin nýggjur fundur verið nevndarumboðini í húsinum eftir at MFS er komið einum aftursvari. Og tá MMR staðfesti avgerðina leiðsluni, har tey ikki mettu avgerðina vera í stríð

fjølnir

OKT. 2005

við við hjá við

7


endamálsorðingina hjá húsinum, var lagnan hjá MFS sólarklár. Vit noyðast at pakka niður og flyta! MFS hevur 43 ár á baki, harav Føroyahúsið hevur verið karmur um virksemi felagsins stóran part av hesum tíðarskeiðnum! Tosast kann tí eyðsæð heldur ikki um søgulig rættindi í hesum føri. Sjálvsagt kann verða spurt, hví MFS í sínum bláoygni ikki hevur havt nakran leigusáttmála við Føroyahúsið, og tað duga vit ikki at svara fyri, hví so er. Hildið varð uttan iva, at ein slíkur helst varð skrivaður, tá MFS á sinni flutti inn í hølini! So var tó ikki! MFS má nú tískil síggja í eyguni, at 14 fermetrar er tað, vit, sum umboð fyri størsta føroyska útisetabólk yvirhøvur, framyvir fáa at ráða yvir.Vit fara tó at gera okkara besta, fyri at hetta ikki skal ganga út yvir virksemi felagsins.

Vit viðhefta hervið bræv okkara til Føroyahúsið um hetta málið:

Aftursvar til Føroyahúsið viðvíkjandi MFS-høli Treytirnar, sum okkum standa í boði við eina møguliga flyting, kunnu tykjast góðar. Tó er tað sjálvsagt, at húsaleigan er lægri, tá talan er um eina kanska tvær-tríggjar ferðir so lítil høli. Verandi húsaleiga hevur tó ongantíð verið ein trupulleiki, og verður goldin rættstundis. At vit fáa atgongd til printaran/kopimaskinuna hjá húsinum ljóðar eisini fínt, men kann verða rættiliga kostnaðarmikið í longdini, tí gjald verður tikið fyri hvørt ark. Sum nú er, hava vit eitt nú ein printara, sum vit printa á ókeypis. At vit sleppa at nýta skúlastovuna til fundarvirksemi er kanska nøktandi til tíðir, men í einum felag sum okkara hendir ofta tað (og tí skal tað vera pláss fyri), at fundir verða avtalaðir við stuttum skoðbrá. Av tí at skúlastovan ofta verður útleigað og brúkt til feløgini í húsinum, kann vera trupult at sleppa fram at lovaða fundarhølinum. Flestu fundir eru um kvøldið, og er mesta virksemið í skúlastovuni eisini hesa tíð á døgninum. Tað tyngir arbeiðsgongdina munandi, um atlit fyri fundartíðspunkti eisini skulu takast fyri virkseminum hjá øðrum feløgum í húsinum umframt teir longu verandi 11 ráðslimirnar. At okkara skrivstova eisini verður nýtt til at prenta limablaðið, Fjølnir, má eisini havast við í metingini. Hetta er plásskrevjandi arbeiði, sum ofta verður gjørt av fleiri fólkum samstundis, og er skrivstovan hjá NN ov lítil til hetta. Eisini skal hugsast um árligu útgávurnar av blaðnum, Pisan, og árskalendaranum. Hetta er alt rúgvusmikið tilfar, ið kemur í eskjum, og verður goymt á skrivstovu okkara.MFS er í fleiri umførum spurt, um áhugi hevur verið fyri at skifta um skrivstovuhøli við NN (her óneavngivin privat fyritøka) á loftinum í Føroyahúsinum, tí NN hevur tørv á eini størri skrivstovu. Spurningurin hevur verið viðgjørdur fleiri ferðir í ráðnum, sum einmælt hevur samtykt at vísa fyrispurninginum aftur hvørja ferð. Hildið varð tí, at

vavgreytur av ymsum lógum, stuðulsskipanum, útjarðaráhugamálum o.s.fr. Men føroyingar eiga heldur ikki at avgeva rættindi síni á fiskivinnuøkinum til ES. Í fyrsta umfari eiga vit at leggja upp til eitt tættari samstarv, soleiðis at vit ikki verða mett sum eitt 3.land í ES høpi. Tað vildi í síðsta enda verið útflutningsvinnuni, fólki og landi at gagni. Ein nýggjur sáttmáli er á veg, men ikki endaliga settur í gildi enn.

Spurningarnir eru nógvir um, hvussu vit kundu fingið eitt tættari samstarv við ES. Møguliga kundu vit fingið eina assosieringsavtalu, eins og tær ES hevur við óheft lond, hjálond og landspartar í Europa. Vit kundu eisini kanna møguleikan fyri einum veruligum fríhandilssáttmála, eins og tann tey síðstu EFTA-londini hava. Men tá ið ongin opnar fyri kjakinum á hægsta politiska støði, so er ringt at fáa vissu fyri nøkrum sum helst. Vit eru noydd at hava eitt munagott tjak, soleiðis at vit vita, hvat framtíðin kann bjóða eini tjóð uttanfyri ES. Hvat nú, tá ið danir siga ja til evruna og gjaldoyrasamstarvið hjá ES - hvar standa føroyingar tá? Vit kunnu ikki tiga ES burtur. ES koyrir á skinnarum, ímeðan føroyingar bíða og bíða. Vita vit ikki, hvat vit vilja - vita vit heldur ikki, hvar vit enda!

Mfs flytir høli: frá 1. nov. flyta vit í eini onnur høli, enn uppi á loftinum í Føroyahúsinum.

8

fjølnir

OKT. 2005

OKT. 2005

fjølnir

17


Evropeiska Samveldið? Jákup Sverri Kass

Ikki fyrrenn nú eru føroyingar í veruleikanum farnir at tjakast um ES og eisini møguligan EFTA-limaskap. Seinast ES veruliga kom á føroysku dagsskránna var í 1972, tá ið danir søgdu ja til at gerast partur av samveldinum, og Føroya Løgting segði nei til, at Føroyar, saman við Danmark, skuldi gerast partur av Samveldinum. ES er komið langt síðan 1972. Eftir oljukreppuna í 70´unum, kom ES aftur á rætt spor í 1985, tá ið Jacques Delores o.a. komu við “Hvíta Álitinum”, sum í 199293 gjørdist grundarlagið fyri Innara Marknaðinum. Innari Marknaðurin og gjaldoyrasamstarvið hevur ført við sær, at ES í dag fevnir um nógv annað enn búskap. Tey 4 frælsuni (frítt at fara hjá vørum, arbeiðskreftum, kapitali og tænastum ) eru í dag annað enn tóm orð. Tey fýra frælsuni hava ført við sær, at harmoniseringar eru gjørdar á arbeiðsmarknaðinum, á útbúgvingarøkinum, á prísstøðinum, á umhvørvispolitikkinum, á lógarøkinum o.s.fr. Alt hetta ger, at møguleikanir hjá ES-borgarum í dag eru nógv betur, enn teir vóru fyri bert fáum árum síðani.

Ein trupuleiki við ES tykist tó at vera – er mann ikki innanfyri, so er mann uttanfyri. Politikarar standa framvegis og tosa um, at vit í Norðuri eiga at standa saman, mótvegis tí korrupta samveldinum fyri sunnan, um at verja fisk og søguligu rættindi okkara. Tað ljóðar framvegis, sum um vit veruliga halda, at heimurin ikki fer at broytast alt meira.

Eisini ETFA londini nærkast ES í hvørjum. Veljarakanningar í Noregi vísa, at meira enn helvtin av norðmonnum halda, at ES-limaskapur vildi verið góður fyri Noreg. Íslendingar bíða eftir Noregi. Hvar standa føroyingar so?

hetta málið var avgreitt, men skilja vit nú á lagnum, at tað tykist vera samtykt, at henda umbýting skal fara fram hóast alt. Fyrst av øllum skal sigast, at tað er rættiliga harmiligt, at slík støða er íkomin, men kenna vit okkum ikki heilt rætt viðfarin og vilja tískil koma við nøkrum viðmerkingum til gongdina í málinum og til málið sum heild.

Tá ið eg sigi, at føroyingar ikki hava tjakast um ES í 30 ár, so eru sjálvandi nøkur undantøk. Føroyingar hava fingið ein handilssáttmála við ES, sum er fiskivinnuni at gangni. Harumframt eru vit limir í politisamstarvinum, sum er lógarfest í Schengensamstarvinum. Hetta skal styrkja Innara Marknaðin ímóti skipaðum kriminaliteti og tryggja tey uttaru landamørkini í Evropu mótvegis ólógligum tilflytarum, rúsevnum o.ø.

Vit hava ongantíð skilt fyrispurningin um umbýting av skrivstovunum sum um at ein avgerð, sum var í stríð við okkara støðu, kundi verða tikin. Heldur hava vit skilt tað sum ein óformellan fyrispurning, har okkara svar hevði avgerðandi týdning. Tí hevur MFS ongantíð veruliga sett sær fyri at koma við grundgevingum fyri, hví vit vilja varðveita verandi høli. Hildið varð, at eitt noktandi svar frá okkara síðu hevði nóg nógv virði í sær sjálvum, og at hædd fór at verða tikin fyri okkara støðu. Tí kann tað fyri okkum tykjast ikki sørt løgið, at fundur hevur verið um málið, uttan at vit hava verið rættiliga hoyrd ella í øðrum føri boðin við á fund um málið. Tí vilja vit hervið grundgeva fyri, hví vit ikki á nakran hátt vilja góðtaka eina umbýting av skrivstovuhølunum. Á MFS-skrivstovuni er nógv tilfar (mangt annað enn gamlir roknskapir, sum sipað verður til í brævinum), sum hevur eitt høgt kensluvirði umframt bæði søguligt og mentanarligt virði, og um partur av hesum tilfari skal flytast í onnur høli, er stórur vandi fyri, at tilfarið bert fer at standa og savna dust. Sum kunnugt fer stór útskifting fram í MFS-ráðnum alla tíðina, og tískil kann burturgoymda tilfarið eisini skjótt fara í gloymskuna.

Í 2003-2004 hevði Dimma áhugaverdar samrøður m.a. við Hans Johannus á Brúgv, Sofus Olsen, fyrrv. formann í búðskaparráðnum, Óla Samró o.ø. Óli Samró fannst mest at miðsavningini av fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Hann vísti á, at tann fiskivinnupolitikkur, sum førdur verður, ikki er grundaður á marknaðartreytir; men eins og landbúnaðarpolitkkurin, verður fiskivinnupolitikkurin grundaður á stuðul. Marknaðarkreftirnar eru í veruleikanum sleptar upp á fjall. Tað er eisini rætt. Fiskivinnu- og landbúnaðarpolitikkurin hjá ES er ein

MFS hevur í rættiliga nógv ár verið sjálvsagdur partur av Føroyahúsinum, og hava vit altíð verið glað fyri umstøðurnar har. At limatalið í felagnum hevur verið støðugt minkandi seinnu árini er ein sannroynd, og tað er sjálvsagt stórt spell.

Hin vegin kann sigast, at hetta ikki á nakran hátt broytir virksemi og endamál felagsins, sum hevur verið, og er, at arbeiða fyri at betra umstøður teirra lesandi fíggjarliga, politiskt og sosialt. Limatalið er sostatt ikki ein endurspegling av virkni felagsins, tí okkara uppgáva er at røkja áhugamálini hjá øllum lesandi – eisini teimum, sum ikki stuðla felagnum beinleiðis við limagjaldi. Hóast eitt lægri limatal er talið á ráðslimunum hitt sama, 11 fólk, og er tað hesi, sum í størstan mun hava brúkt og framvegis brúka skrivstovuna. Tískil eigur lækkandi limatalið ikki at verða tikið sum ein grundgeving fyri, at MFS eigur at flyta í minni høli. Tá sagt verður í brævinum frá Føroyahúsinum, at MFS ikki er ein skrivstova, so er hetta ikki heilt satt. MFS er opið sum skrivstova tvær ferðir um vikuna. Satt er tað tó, at skrivstovuvirksemið ikki er týdningarmiklasti lutur felagsins, og er tað tí heldur ikki sum skrivstova, at hølini spæla sín fremsta leiklut hjá okkum í hesum málinum. Endamálsorðingin hjá Føroyahúsinum sigur: ”Endamál felagsins er keyp og rakstur av einum ”føroyskum húsi”, ið kann virka sum savnings- tilhalds- og kontaktstað hjá føroyingum, sum antin fyribils ella varðandi uppihalda sær í Danmark. Endamálið er at hava høli, ið kunnu byggja karmar um føroyskt virksemi, tað verði seg mentunarligt, kristiligt, politiskt, fakligt ella vertsligt virksemi.” Eingin ivi tykist vera um, at málbólkurin er føroyingar, og eigur MFS í okkara og helst eisini tykkara eygum tískil sítt sjálvsagda pláss í húsinum. Serliga um havt verður í huga, hvussu nógvir føroyingar lesa nevniliga í Keypmannahavn og har á leiðini. MFS er har umframt umboð fyri helst størsta føroyska útisetabólk yvirhøvur. Tað kann tí tykjast ikki sørt løgið, at vit, hóast mótmæli frá okkara síðu, verða skumpaði

Endiliga er nýggja heimasíðan hjá mfs í luftini. Vit eru sera væl nøgd við úrslitið, farið inn á mfs@mfs.fo og hyggið!!!

16

fjølnir

OKT. 2005

OKT. 2005

fjølnir

9


til viks til frama fyri privata fyritøku, sum einans hevur virkað í Føroyahúsinum í uml. eitt ár. Her til kemur eisini, at júst nevnda fyritøka helst ikki hevur føroyingar sum fremsta málbólk sín, uttan tó her at skula leggja okkum út í teirra marknaðarføring ella virksemi annars. Avgerðin um umbýting av skrivstovunum er tískil als ikki í tráð við omanfyri nevndu endamálsorðing, tá ein privat fyritøka verður raðfest fram um ”almenna áhugafelagið”, MFS. Spyrjast kann eisini, hvat hendir, tá nevnda fyritøka hevur tørv á enn størri hølum, og Føroyahúsið ikki longur kann nøkta tørvin. Er nakar, ið tá hevur hug at taka yvir? Fær MFS tá hølini aftur, ella eru vit tá flutt burtur til e.n. Norðuratlantisku Bryggjuna, sum annars júst húsar fyritøkum sum e.n. NN? Ella hvat nú, um aðrar vinnuligar fyritøkur ynskja rúm í Føroyahúsinum? Stendur skrivstovan hjá Ráðgevingin tá fyri tørni, ella fer okkurt av hinum føroysku feløgunum í húsinum at missa hølini til frama fyri privata fyritøku? Er endamálið við húsinum tá ikki burtur?

Hetta brævið kann tykjast heldur hvassliga orðað, men vón okkara er, at lurtað verður eftir grundgevingum okkara, og at hetta ikki skapar illstøðu millum partarnar í málinum. Tá tað í brævinum verður sagt, at MFS við umbýtingini er við til at stuðla og menna virksemið hjá húsinum liggur implicit í hesum setningi, at MFS við at seta seg upp í móti flytingini arbeiðir í móti hesum. Hetta vilja vit als ikki hava hangandi yvir okkum. Vit ynskja øllum feløgum í húsinum alt gott, men er tað nú eina ferð MFS, sum stendur hjørtum okkara næst, og kunnu vit tí ikki góðtaka hesa niðurraðfesting og versnandi arbeiðsumstøður. Vit ynskja NN alt tað besta, men samstundis vilja vit ikki ganga við til at gera egnar arbeiðsumstøður munandi verri. Vit fara ikki á henda hátt at grava grøv felagsins við at skapa verri karmar til felagið at virka undir, og soleiðis undirskriva ein spakuligan deyðadóm yvir felag okkara. Tað er heldur ikki skilligt hjá okkum, at leiðslan í húsinum raðfestir á henda hátt, tí uppgáva teirra eigur at vera at arbeiða út frá endamálsorðing húsins.

okkurt at bjóða Føroyum, um hesin velir at flyta heimaftur. Í flestu førum hevur ein nýútbúgvin jú onki annað í viðførinum enn tjúkkar bøkur og hartil kanska ein stóran eldhug. Og um tann lesandi skuldi valgt at verið búsitandi uttanlands eftir langa lestrarferð, ja so hevði hetta eisini kunna komið Føroyum til góðar. Gloym møguligu skattainntøkurnar, hugsa heldur um møguleikarnar, ið kunnu standast av, at føroyingar í størri mun spjaðast og búseta seg aðrastaðni enn í Føroyum. Føroyingar sum búseta seg uttanlands gloyma ikki móðurlandið, og nútímans samskiftismøguleikar tryggja, at frástøðan aldrin gerst ov stór. Vitanin ið verður eftirlýst, kann uttan trupulleikar koma uttanífrá, bæði frá føroyingum uttanlands ella øðrum – tað er líkamikið.

Grundgevingin fyri at NN er við til at skapa lív í á loftinum í húsinum er uttan iva sonn. Hin vegin kann eisini verða spurt, um ikki MFS somuleiðis eigur sín part av æruni fyri, at lív hevur verið í húsinum. Hevur MFS ikki staðið fyri at stuðla undir virksemið og endamálið hjá húsinum – at savna føroyingar – við bæði politiskum, fakligum og sosialum tiltøkum? Hava hesi tiltøk ikki verið við til at varpa ljós á Føroyahúsið, skapa lív, savna fólk (føroyingar!!!) og geva beinleiðis inntøkur til húsið?

Sjálvandi er kritikkurin frá teimum, sum hava lisið uttanlands mótvegis Føroyum, í ein vissan mun rættur og væl skilligur. Hinvegin er tað ikki so víst, um hesin kritikkur tænir nøkrum endamáli, men kanska heldur boðar hetta um ein skeivan og negativan hugburð, ið ikki ger nakran petti ríkari. Betri hevði verið, um man legði dent á positivu møguleikarnar fyri menning ið finnast í Føroyum, bæði hvat viðvíkur gomlum siðum og vanum, men eisini framtíðar møguleikum.

Sannleikin er, at vit í hesum málinum viðvíkjandi MFSskrivstovuhølinum kenna okkum ikki sørt illa viðfarin og niðurraðfest. Hvat hevði hent, um MFS eitt nú ”hótti” við at flyta úr húsinum, um vit ikki sleppa at varðveita verandi skrivstovu, eins og privata fyritøkan hevur gjørt?

Men aftur, samstundis mugu bæði politikkarir, vinnulív, og onnur við ávirkan á samfelagið, eisini verða opin fyri broyingum og í størri mun, gera brúk av tí tilfeinginum, ið býr í teimum lesandi føroyingunum uttanlands. Lítið

10

fjølnir

OKT. 2005

nyttar at senda okkum av landinum og líta á, at vit venda heimaftur, bert tí vit eru føroyingar. Bæði hava vit eina skyldu at hugsa ørðvísi. Tann lesandi má koma burturfrá offur-rolluni, tryggja sær at mann veruliga hevur nakað at bjóða, at fara til verka við einum positivum hugburði, og hartil við góðum toli. Gloym ikki, at tað ikki er so langt síðani at Pól F. var noktaður at undirvísa – í dag elska flestu føroyingar hugleiðingar og yrkingar hansara. Enn styttri tíð er fráliðin, frá tí at babtistar vóru illa sæddir í leiklutunum sum lærarir. Vit bæði elska og hata tey tingini, ið vit samstundis meta eru við til at gera okkum serstøk. Skulu vit gerast ríkari, so mugu vit koma burtur frá tankagongdini, at vit á ymiskan hátt eru verri enn aðrar tjóðir, og at aðrar tjóðir eru betri enn vit. Hetta er ein tankagongd ið ongan enda hevur – altíð ber til at finna onkran, sum antin er luttfallsliga betri ella verri enn ein sjálvur. Troyttandi er at hoyra um hvussu t.d. Íslendingar tora betri enn føroyingar, kinverjar meira effektivir, danskarir meira liberalir o.s.fr. Vit mugu koma burturfrá at jaga eftir aldutoppum, har aðrir hava verið og ístaðin heldur skapa okkurt sjálvi. Møguleikarnir og ábyrgdin liggur bæði hjá myndugleikum, vinnurekandi og okkum lesandi, ið enn eru eitt ótroytt tilfeingi.

fjølnir

OKT. 2005

15


“Uppgávan er at argumentera” - skriviskeið Dánial Hoydal

yvirfyri Danmark. Hetta minnir eisini um, hvussu havnarmaðurin kann vera heldur negativur mótvegis føroyskum bygdalívi og mentan, og hvussu hettar mennir seg til at verða ein kritiskur hugburður mótvegis Føroyum, tá ið havnarmaðurin er fluttur til Keypmannahavnar. Víðari mennir hetta seg til at verða ein kritiskur hugburður mótvegis Keypmannahavn, tá ið havnarmaðurin er fluttur til London o.s.fr. o.s.fr. Í veruleikanum fær hetta kanska ongan enda, inntil tann dagin mann gevist við at verða lesandi/søkjandi. Hvar mann endar er sjálvandi ringt at siga, men hetta er í stóran mun tengt at støðuni sum tann einstaki lesandi er í, hvat viðvíkur partnara, familju, perónsmensku, fíggjarliga o.s.fr. Hóast vit ofta hava lyndi til at kritisera Føroyar, og teir møguleikar, ið har eru, so kemst ikki uttanum, at Føroyar eisini kunnu síggjast sum eitt gott dømi um eitt samfelag, har tað er pláss fyri broytingum. Føroyar kunnu t.d. síggast sum verandi eitt “slaraffenland” fyri komandi vinnulívsfólk og entreprenørar, við einari rúgvu av ótroyttum møguleikum bæði innan handil og tænastum. Vit hava eisini dømi um, hvussu lesandi og nýútbúgvin kunnu koma í løgtingið, verða við til at smíða føroyska grundlóg og gerast formenn í búskaparráðnum. Og hvat er alternativið til Føroyar? Jú sjálvandi kunnu eldhugaðir/ambitiøsir føroyingar royna kreftirnar í útlandinum, og møguliga eftir fleiri árum vinna vegin fram til topp-postarnar í altjóða fyritøkum. Men í flestu

førum endar man nokk sum meyran í meyrutúgvuni, og her gerast Føroyar eitt sera freistandi alternativ til útlondini. Luttfallsliga má tað verða lættari at koma at stýrisvølinum í føroyskum fyritøkum, og lættari at fáa eina beinleiðis ávirkan á samfelagsgongdina – ella er hetta nú so? Hvussu verða vit ríkari? Tá alt kemur til alt, má mann spyrja seg sjálvan, um tað nú er so gott fyri føroyska samfelagið, at nýútbúgvin fara beinleiðis heimaftur til Føroya eftir lokna útbúgving. Og hvør vil hava nýútbúgvin fólk sitandi í avgerandi leiklutum við stórari ávirkan á samfelagsgongdina? Kanska hevði tað verið betri um tey lærdu at grulva, áðrenn tey fóru upp at ganga, fingu sær royndir uttanlands og síðani kanska vendu heimaftur til Føroyar. Kanska er tað í meyrutúgvunum í øðrum londum, tann nýútbúgvni skal royna sínar kreftir, soleiðis at hesin veruliga hevði

Høvuðstrupulleikarnir í sambandi við skrivligar uppgávur er oftast ikki orðing og stavseting – tað ber altíð til at fáa onkran at hjálpa sær við at rættlesa lidnu uppgávun. Heldur er tað at fáa argumentatiónina at hanga saman og skipa tekstin, so hann er skilligur, greiður og grundaður á sakligar og góðar grundgevingar. Argumentatiónin er avgerandi fyri dygdina í einari akademiskari uppgávu, og hvussu hon verður mett av próvdómarum. Hóast hetta verður frálæra í argumentatión og uppgávuskriving so at siga ongastaðni boðin fram á lærustovnunum. Á hesum skeiðnum verður arbeitt við at kenna aftur og greina sundur argumentatión, soleiðis at uppgávuskrivarin verður betur førur fyri at skipa argumentatiónina í skrivligum uppgávum. Vit fara at lesa, greina og umskriva brot úr akademiskum uppgávum og

fjølmiðlagreinum. Eisini verða luttakararnir kunnaðir um grundleggjandi argumentatiónsteori. Skeiðið er ætlað øllum, ið skulu skriva uppgávur í sambandi við sína útbúgving. Skeiðið verður hildið í Føroyahúsinum leygardagin 22. oktober frá 10 til 14. Freistin at tekna seg er 13. oktober. Dánial Hoydal, stud. mag í retorikki, stendur fyri skeiðnum.

Dánial Hoydal

Minst til: MFS limir fáa bæði internetdimmu og internet-sosialin fyri 1/2 prís, bert við at venda sær til MFS

14

fjølnir

OKT. 2005

OKT. 2005

fjølnir

11


Kaga upp í himmalin, sært tú fuglin...... Dann Jacobsen

flytifugl, ið náttúrliga altíð vendir heimaftur - skulu vit sum føroysk lesandi venda heimaftur til Føroyar bert tí vit eru føroyingar?

Øll minnast vit dagin. Dagurin, har vit gjørdu álvara av okkara ætlan um at flyta frá tryggu, fjálgu umstøðunum og landinum, ið vit flestu antin halda ella hildu vera heimsins besta stað, í øllum førum fyrstu 18-20 árini av okkara heldur unga og tá enn óroynda lívi. Í Vágunum stendur mamman við tárum í eygum, pápin meira errin enn grátin, meðan lítlu sysktini kanska fáa loyvi og høvi at síggja inn í teirra egnu lagnu. Hetta man helst vera galdandi fyri flestu føroyingar, ið hava valgt at flyta úr Føroyum til onnur lond til tess at nema sær útbúgving. Nú skuldu veingirnar av sonnum roynast, soleiðis at vit aftur ein dag kundu venda heimaftur við vón um, at gera bæði okkum sjálvi og Føroyar ríkari bæði vitannarliga, peningaliga, mentunnarliga, ja vónirnar og møguleikarnir vóru/eru fleiri. Men í hesum sambandinum finst m.a. spurningurin, hví skal eg sum føroyingur fara aftur til Føroyar eftir loknan lestur, og ger hetta Føroyar ríkari? Kunnu lesandi føroyingar uttanlands samanberast við ein annan

I dag verða vit eisini í størri mun skumpaði av rókini: “leitið tykkum út í tann stóra heim, møguleikarnir eru markleysir,” ljóðar tað frá Holgeri Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni, meðan aðrir sum Tróndur Djurhuus, fyrrverandi SVF stjóri, og som nú arbeiðir við virkismenning í Føroya Tele, hava verið frammi fyri at siga, at Føroyar tørvar vitan og at vitan er vegurin fram. Politikararnir halda seg heldur ikki aftur við at tosa um visjónir, vitanarsamfelagið og hvussu umráðandi tað er, at vit føroyingar fáa eina útbúgving, ið á ein ella annan hátt kann koma samfelagnum til góðar. Ikki tí, hesir persónar hava allir góðar intensjónir og gera uttan iva eitt gott arbeiði. Framskygni og nýhugsan kann bert verða gott fyri Føroyar, og kanska eisini fyrsta stig á leiðini burtur úr at endurnýta niðursilgdar enskar dangur, sum paradoksalt nokk av fyrstan tíð annars vóru við til at bygga samfelagið. Her skal ikki takast dagar ímillum, hvørt føroyingar á sinni hava gjørt rætt ella skeivt, men bert staðfestast, at boðini og eggjanin til ungar føroyingar at leita sær út í tann stóra heimin aldrin hava verið størri. Tó er tað undrunarvert, at samstundis sum føroyska vinnulívið og politkarir tosa um, hvussu umráðandi tað er, at føroyingar fáa sær útbúgving og tilvinna sær vitan uttanlands, so verður lítið gjørt fyri at skapa umstøður í føroyum, sum virka fyri at fáa utbúgvna fólkið at venda

heimaftur. Alheimsgerðingin virkar jú báðar vegir og í einum perfektum heimi, flýtur tann best kvalificeraða arbeiðskraftin hagar, har umstøðurnar eru bestar. Hvat er tað so í Føroyum sum lokkar? Føroyar mótvegis útheiminum Føroyar fáa ofta ikki tí mest jaligu umtaluna millum føroysk lesandi. Typiskt hoyrir mann um hvussu rotið tað føroyska samfelagið er, serliga viðvíkjandi mentan og hugburði. Her verður í flestu førum sipað til mentan og hugburð, ið onkursvegna seinkar framburði, drepur eldhuga, og sum er dømandi.

Vinnuliga er ongin ivi um, at Føroyar og føroyingar ofta hava lyndi til at vera ein eftirbátur í altjóða høpi. Hetta er avgjørt galdandi innan sølu- og tænastuvinnurnar, og serliga innan føroysku høvuðsvinnuna. Tað tykist heldur ikki so løgið, at lesandi sum hava verið uttanlands, og lært um, hvussu tað heila ástøðiliga skal skipast og hanga saman, verða eitt sindur ovfarin av, hvussu tað hongur saman í føroyska veruleikanum. Hetta er møguliga eisini soleiðis tað skal vera. Mótsatt kann mann siga, at okkurt hevði verið púra galið, um lesandi vendu heimaftur til Føroya, og vóru nøgd við alt, ið tey sóu. Tað er eisini skeivt í hesum førinum at bert umtala Føroyar, tí langt er ímillum teori og praksis í øllum samfeløgum. Eisini ting sum slatur, øvund, jantelóg, nepotisma o.s.fr. eru fyribrygdi, ið ofta verða sett í samband við føroyska samfelagið. Hetta eru eisini fyrbrigdi, ið mann sum lesandi kanska stúrir mest fyri, um mann ætlar sær at venda heimaftur til Føroyar. Hetta tykist mær at vera eitt sindur løgið, tí hesi fyribrigdi eru als ikke ser-føroysk, men trívast minst líka væl í øðrum samfeløgum. Slaturin gongur eisini runt í Danmark, øvundin og forvitni trívist eisini í USA, og vinar- og kenningarpolitikkur er eisini at finna í Bretlandi. Í øllum førum er ringt at ímynda sær eitt Føroyar uttan hesi fyribrigdi, fyribrigdi sum vit um somu tíð elska og hata. Eisini má havast í huga, at meðan tann føroyski lesandi í Danmark kanska er kritiskur yvirfyri Føroyum, er danskarin, ið lesur t.d. í Fraklandi eisini kritiskur

Fjølnir er blaðið hjá føroyskum lesandi. Um tit hava tilfar, tit hildu kundi verið áhugavert at havt við ella um tit hava hug at skriva eina grein ella koma við tykkara meiningum, so er tað vælkomið! Sendið tað við e-post til mfs@mfs.fo

12

fjølnir

OKT. 2005

OKT. 2005

fjølnir

13

Fjølnir - Árgangur 21 - Nr. 3 - Oktober 2005  

Fjølnir - Árgangur 21 - Nr. 3 - Oktober 2005

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you